Vísindavøkublaðið á tremur við tíðindum frá føroyskari gransking og við brellbitum til Vísindavøkuna 2012
Lesið m.a. : Vinkonur kanna sáðgóðskuna hjá føroyskum monnum
Føroyar 5.2 – Hvussu ljóða Føroyar? Vísindaligar dátur sum tónlist
Á síðu 23
Superfóður frá Havsbrún
kannað til botns
Á síðu 20
Føroysk fyritøka partur av 120 ES-milliónum Á síðu 7 Systkin sum granska Á síðu 12 og 13 Hvat fáast granskingarstovnarnir í Føroyum við? Vangamyndir ymsastaðni í blaðnum Mynd: Jóanes Árting
Orð: Uni Leitisstein Hansen Tað loypur í eyguni og skurrar í oyrunum, at vísindaligar dátur og skapandi tónlist verða samantvinnað í einum og sama setningi. Hvussu er og ikki, so er tað júst tað, Jens L. Thomsen og Uni Árting úr nýskapandi tónleikabólkinum ORKA ítøkiliga hava gjørt. Teir hava útsett seismiskar upptøkur úr føroysku undirgrundini til tónleik.
„Tað, vit hava gjørt, er ikki vísinda ligt. Vit brúka bara vísinda liga útgerð og dátur til nakað annað, enn tær eru ætlaðar. Men tilgongdin minnir eitt sind ur um vísindaligt arbeiði, tí vit gera nakr ar royndir, ið vit so eftirkanna úrslitið av,“ sigur Uni Árting, sum umframt at spæla alskyns slagverk í ORKA eisini er jarð frøðingur. Síðstu vikurnar hava Jens L. Thomsen og Uni Árting gingið niðan á fjøll kring
alt landið og sligið við sleggju, blakað við gróti og borað í klettar fyri at vita, um hetta varð skrásett av teimum geofoum og seismografunum, ið allatíðina máta ristingarnar í føroysku undirgrundini. Við øðrum orðum: ORKA-limirnir hava brúkt Føroyar sum eitt ljóðføri. Úrslitið er verkið „Føroyar 5.2 – Hvussu ljóða Føroyar?“, sum verður frumframsýnt á Vísindavøkuni í Öström 28. september.
Vinn eina HTC Sensation Vit vilja fegin frætta, hvat tú heldur um Vísindavøkuna. Svara nøkrum spurningum á gransking.fo og ver við í lutakastinum um eina HTC Sensation frá Vodafone.
www.gransking.fo Fyriskipari og ábyrgd: Granskingarráðið · Fíggjarligur stuðul: FP7 · Sniðgeving og umbróting: Føroyaprent · Prent: Prentmiðstøðin