Skip to main content

Granskingarráðið 20 ár

Page 1

GRANSKINGARRÁÐIÐ Tað eru 20 ár síðani fyrsta føroyska gransk­ingarráðið varð ásett við løg­ tings­lóg. Hetta var, tá Løgtingslóg nr. 56 frá 20. mai 1996 um granskingarráð varð samtykt. Fyrstu árini var talan um ráðgevandi nevnd, sum fylgdi við í gongdini aðrastaðni, gav landsstýri og løg­tingi ráð á granskingarøkinum og læt tilmæli um, hvørjar umsóknir áttu at verða stuðlaðar. Fyrisitingin av gransk­ ing­arráðnum varð partur av fyri­sit­ingini á Fróðskaparsetrinum, eitt kvart ársverk varð sett av til uppgávuna. Undirvísingarog Mentamálaráðið játtaði stuðul til verk­ ætl­anir fyri eitt ár í senn og umsat stuðlin. Landsstýrisfólkið í granskingarmálum til­ nevndi sjey fólk í granskingarráðið, ein for­mann og seks limir, út frá persónligu egin­leikum teirra. Limirnir skuldu vera gransk­arar ella granskingarkønir og skuldu so vítt gjørligt umboða ymisku gransk­ingarøkini í landinum. Í minsta lagi helm­ingurin av limunum skuldi vera virknir gransk­arar.

Í 2001 avloysti nýggj lóg um gransking lóg­ina frá 1996. Ein granskingargrunnur varð settur á stovn við egnari fyrisiting og gransk­ingarráði, sum fekk heimild at játta stuð­ul til fleiri ára verkætlanir. Ráðið skuldi fram­haldandi ráðgeva landsstýri og vinnu í granskingarpolitiskum spurningum. í 2006 varð lógin broytt. Stóru broyt­ing­ arnar vóru, at Føroya Vísindaráð varð sett á stovn, og at heiti fyri ovastu leiðsl­una var broytt frá Granskingarráð til Gransk­ ing­arnevnd. Granskingarráðið er í dag formliga stovns­ navn­ið fyri Granskingargrunnin, sum fevnir um Granskingarnevndina, skrivstovuna og Granskingargrunnin, haðani stuðul ár­ liga verður latin til gransking. Umframt uppgávurnar, sum eru beinleiðis ásett­ar í lóg, hevur Granskingarráðið ábyrgd av ES-granskingarsamstarvinum, arb­eiðir við granskingarpolitiskum spurn­ ing­um, umsitur Sjúkrakassagrunnin og miðlar gransking og granskingarúrslit á yms­an hátt.


STUÐULSJÁTTANIR 2007-2016 15000

11250

7500

3750

0 2007

2008

2009

2010

2011

2012

Granskingargrunnurin Fiskivinnuroyndi r Orkumál ES-granskingarsamstarv

2013

2014

2015

2016

Vinnuframi

JÁTTAN TIL GRANSKINGARGRUNNIN 2007-2016 8000

6000

4000

2000

0 2007

2008

2009

2010

2011

2012

2013

2014

2015

2016

JÁTTAN TIL GRANSKINGARRÁÐIÐ 2007-2016 3000

2250

1500

750

0 2007

2008

2009

2010

2011

2012

2013

2014

2015

2016


UMSÓKNIR OG JÁTTANIR 1997-2015

2015

2014

2013

2012

2011

2010

2009

2008

2007

2006

2005

2004

2003

2002

2001

2000

1999

1998

1997

50 45 40 35 30 25 20 15 10 5 0

UMSÓKNIR OG JÁTTANIR BÝTT Á ØKI 1997-2015 200

150

100

50

0

Matur

Mentan

Samfelag

Náttúra

Heilsa

Tøkni

LUTFALL MILLUM UMSÓKNIR OG JÁTTANIR 1997-2015 100%

75%

50%

25%

0 1997

1999

2001

2003

2005

2007

2009

2011

2013

2015


LOKIN PH.D. PRÓGV 1997-2015 16 14 12 10 8 6 4

2

DOKTARAR BÝTTIR Á STARVSØKI 100

75

50

25

0 Mentan & Samfelag

Náttúra & Tøkni

Heilsa

2015

2014

2013

2012

2011

2010

2009

2008

2007

2006

2005

2004

2003

2002

2001

2000

1999

1998

1997

0


GRANSKINGARNEVNDIN Guðrið Andorsdóttir, forkvinna – Mentamálaráðið Gestur Hovgaard, næstformaður – Arbeiðstakarafeløgini Durita í Grótinum – Arbeiðsgevarafeløgini Eyð Eidesgaard – Fiskimálaráðið Jákup Mørkøre – Vinnumálaráðið Richard Schwartson – Heilsumálaráðið Tonja Ziskason – Mentamálaráðið FAKNEVNDIN FYRI SJÚKRAKASSAGRUNNIN Aibritt á Plógv, forkvinna Erland Viberg Joensen Jaspur Petersen Mogens Eriksen Turið Horn STARVSFÓLK Annika Sølvará, stjóri Maria Húsgarð, NCP-samskipari Laila Egholm, skrivari (50%) Dagmar Joensen-Næs, EURAXESS-samskipari (20%) INFO Bryggjubakki 12, Postrúm 259, FO-110 Tórshavn. Telefon: 567800, teldupostur: gransking@gransking.fo www.gransking.fo Facebook – Granskingarráðið www.facebook.com/gransking LinkedIn - Faroese Research & Innovation Community https://www.linkedin.com/groups/6542976/members www.euraxess.fo

GRANSKING.FO


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Granskingarráðið 20 ár by Granskingarráðið - Issuu