Valskrá hjá Kommunulistanum 2024

Page 1


Ein kommuna fyri øll

Valskrá hjá kommunulistanum

Kommunulistin

Tróndur Sigurðsson, býráðslimur

Bjørg Súsanna Brynhildardóttir Egholm, lesandi

Kári Johansen, býráðslimur

Mena Joensen, sosialráðgevi og rúsviðgeri

Hergeir Staksberg, samskipari

Bjørg Dam, býráðslimur

Hans Petur í Brekkunum, stjóri

Súna Mørk, býráðslimur

Edith Dahl Jakobsen, musikkskúlalærari

Malan Óladóttir á Dunga, búskaparfrøðingur

Tonicia Cherese Hansen, hjálparfólk

Birita Baldvinsdóttir Iversen, sjúkrarøktarfrøðingur

Durita Sloan Dal-Christiansen, námsfrøðingur og

HR-ráðgevi

Jan Zachariassen, hjálparfólk

Høgni Midjord í Stovuni, ambulansuførari og lesandi

Jóhan Carl Dam, pensjonistur

Rói B. Poulsen, sølustjóri

Vælkomin Valskrá

Vælkomin til Kommunulistan.

Vit vilja verða tín nýggja rødd og seta teg í miðdepilin. Vit umboða eina nýggja tíð, har broyting er neyðug. Málið er, at øll skulu kenna seg heima í Tórshavnar kommunu, heilt frá føðing og til ellisár.

Vit eru politiskt óheft. Her er onki vinstra, høgra, loysing ella samband. Vit hugsa bara um teg og tíni og vilja saman

við tær skapa eina fjálga, fevnandi og rúmliga kommunu fyri okkum øll við skilagóðari fíggjarstýring.

Bústaðir og viðlíkahald

Uttan mun til sosiala støðu skulu øll kunna fáa eitt heim, sum hóskar til tørvin. Bæði tá ið vit eru ung, tá ið vit fáa børn, og tá ið vit eldast. Hetta kunnu vit eitt nú gera við at:

• skipa Havnina sum ein lestrarbý. 80 lestraríbúðir skulu byggjast innan tvey ár.

• byggja 60 eldraíbúðir komandi valskeið fyri at nøkta vaksandi tørvin.

• seta ferð á at byggja eldrasambýlið í Kollafirði.

• arbeiða fyri, at tey heimleysu fáa tak yvir høvdið í Tórshavnar kommunu.

• altíð hava grundstykkir tøk til fólk, sum vilja byggja.

• hækka viðlíkahaldsjáttanina við 15 milliónum kr. til betri viðlíkahald á øllum økjum.

• víðka um inntøkugrundarlagið hjá kommuni.

Valskrá

Trivnaður

Tað er avgerandi, at vit trívast, har vit búgva. At lívið kennist innihaldsríkt, at karmarnir eru í lagi, og at vit fáa ta hjálp og vegleiðing, okkum tørvar. Tí skal kommunan ganga á odda við fyribyrging og góðari sálar- og fólkaheilsu. Tað kunnu vit við at:

• geva ellis- og røktarheimum betri karmar til at skapa enn fleiri upplivingar fyri tey, sum búgva har.

• tryggja trivnað til bæði starvsfólk og búfólk á eldraøkinum. Umframt at tryggja starvsfólkunum á stovnum miðvísa førleikamenning.

• fáa eldraráðið at virka.

• gera býin betur hóskandi fyri fólk við tarni. Vit vilja tryggja øllum góða atkomu.

• seta í verk regluligar uttanhýsis trivnaðarkanningar á øllum arbeiðsplássum í kommununi og støðugt arbeiða við trivnaðinum á stovnum.

• tey, ið búgva í bygdunum og á oyggjunum í Tórshavnar kommunu, skulu í nógv størri mun kenna seg sum ein part av heildini.

Børn og ung í Tórshavnar kommunu skulu hava besta og tryggasta uppvøksturin. Skulu vit tryggja tað, mugu vit seta inn á fleiri økjum. Til dømis við at:

• tryggja eina javna og fasta normering á dagstovnaøkinum, umframt at tryggja starvsfólkunum á stovnum miðvísa førleikamenning.

• játta stovnum og frítíðarskúlum fleiri stuðulstímar, so at vit tryggja børnum, ið hava tørv á eyka hjálp og stuðli, somu møguleikar, sum onnur børn fáa.

• seta í verk heilsugóða matarskipan í dagstovnum og skúlum. Hetta leggur lunnar undir eitt heilsugott lív og lættir um hjá barnafamiljum.

• hava tættari samband við ungdómin. Eitt nú skulu vit seta á stovn eitt ungdómsráð.

• betra um busssambandið – bæði um dagin og um náttina.

Valskrá

Umhvørvið

Vit skulu verja náttúruna og grønu økini, og seta í verk burturkastætlan, so eisini komandi ættarlið kunnu njóta fantastisku náttúruna í kommununi. Fyri at kunna tað mugu vit:

• byggja skynsamt, burðardygt og orkusparandi. Taka atlit til umhvørvið og aðrar týdningarmiklar umstøður, áðrenn vit byggja.

• lækka fjarhitaprísin.

• syrgja fyri, at Havnin ikki luktar. Ítøkiliga vilja vit avgreiða

12.000 metrar av kloakkrørum komandi valskeið. Tað er tvífalt so nógv, sum er gjørt 2020-2024.

• tryggja, at børn kunnu fara í Sandagerð uttan at svimja í skitnum vatni.

• tryggja øllum reint vatn við at fara undir at gera nýtt reinsiverk í Havnardali og skifta gamlar vatnleiðingar.

• seta ferð á burturkastætlanina. Burturkast er tilfeingi, og tí skulu vit skilja, endurnýta og endurvinna sum mest.

• gera eina lendisætlan fyri nýggjar gøtur, og syrgja fyri at øki verða friðað.

• stuðla grønum átøkum. Umhvørvisstuðulin skal hækkast úr

250.000 kr til 1 millión kr.

Mentan, ítriv og smærru ítróttagreinarnar

Tilboð, møguleikar og mentan hava avgerandi týdning fyri, um vit trívast, har vit búgva. Í Tórshavnar kommunu skulu

tilboðini fevna breitt, ríka gerandisdagin og geva okkum góðar upplivingar, sama hvat hugurin stendur til. Vit vilja eitt nú:

• gera enn betri karmar til ítrótt og felagslív í kommununi.

• tryggja frælsum ítrótti betri umstøður og byggja eitt felagshús í Hoyvík.

• gera uttandura skatepark til rulluskoytur, skateboard, rennihjól, BMX, parkour og klintring.

• savna alt ítróttarumhvørvið á Argjum. Vit vilja byggja eina ítróttarhøll.

• gera Bacalao til ein upplivingardepil, har kreativitetur, alternativar ítróttagreinar og vinna eru undir sama taki.

• fara undir fyrireikingararbeiðið til eitt nútímans, altjóða musikkhús.

Valskrá

Integratión

Tórshavnar kommuna skal í nógv størri mun arbeiða inkluderandi. Bæði tá ið tað kemur til tey, sum júst eru flutt higar, men eisini við at taka hond um tey, sum hava búð her eina tíð. Tí noyðast vit at:

• víðarimenna integratiónsøkið í kommununi, so tað fevnir um allar tilflytarar – bæði nýggjar og teir, sum hava búð her leingi.

• skipa eitt ráð við tilflytarum, sum kann leiðbeina og leggja okkum lag á, tá ið tiltøk verða skipað og avgerðir verða tiknar.

• syrgja fyri, at kunning og tiltøk verða enn meira fevnandi –eisini fyri tey, ið ikki hava lært føroyskt.

Vinnan

Vinnan í kommununi skal altíð hava bestu karmar og umstøður. Vinnan skal virka undir fríu marknaðartreytunum. Tað tryggja vit við at:

• stovna eina útveitingardeild, ið tekur sær av útboðum í kommununi.

• gera enn fleiri smærri vinnugrundstykkir.

• framhaldandi arbeiða fyri, at Tórshavnar Havn hevur bestu umstøður at virka og mennast.

• seta grundstykkir av til vinnuligt virksemi í økjum við nýbygging.

Rúsevni

/ kriminalitetur

Í Tórshavnar kommunu eru tíverri stórir trupulleikar við rúsevnum og kriminaliteti. Her má setast inn alt fyri eitt. Tí mugu vit:

• stovna eina ráðgeving, har fólk við trupulleikum kunnu fáa hjálp og verða loftað alt fyri eitt – og har kunning og ráð verða givin.

• seta vakmyndatól upp á útvald almenn støð fyri at skapa tryggleika – og fyri at gera tað lættari hjá løgregluni at loysa brotsverk.

• skipa fyri og stuðla átøkum, sum fyribyrgja rúsmisnýtslu & mistrivnaði hjá ungum.

Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.