Skip to main content

Kom vid 2020 valskra javnadarflokkurin

Page 1

Kom viรฐ til 2020


Okkara 2020 Bústaðir Í 2020 eru 500 nýggir fjølbroyttir bústaðir, so sum familjubústaðir, eldrabústaðir, lestraríbúðir og íbúðir til fólk við avbjóðingum.

Dagstovnar Í 2020 er námsfrøðiliga økið uppraðfest, og børnini verða tryggjað eitt minstamark av starvsfólkum.

Skúlar Í 2020 er lívligt úti á Fløtum, tí tá standa tveir nýggir skúlar har: Skúlin á Fløtum og Musikk­ skúlin.

Eldraøkið Í 2020 eru fleiri "heitar hendur" um tey, ið tørva hjálp og umsorgan. Eldrabústaðir eru bygdir og fleiri eru ávegis.

Vinnan Í 2020 er vinnulívið grønari og fjølbroyttari, tí vit áhaldandi lurta eftir og skapa karmar fyri íverk­setarum og vinnulívi, ið er grundarlagið undir vælferðini.

Umhvørvið Í 2020 er lætt at lata bilin standa, tí bussleiðin koyrir allar vikudagar og er lagað skiftisvaktum á arbeiðsplássum.

Ferðsla Í 2020 er koyrandi gjøgnum Skálafjarðartunnilin og eftir nýggja innkomuvegnum. Stórar avbjóðingar eru í ferðsluni. Vit raðfesta trygdina hjá børnum, súkklum og gongufólki høgt.

Vilt TÚ verða við á ferðini til 2020!


Javnaðarflokkurin hevur nú stýrt Tórshavnar kommunu í 12 ár Vit hava bøtt um umstøðurnar Hjá Hjá Hjá Hjá Hjá

vinnulívinum barnafamiljum mentanini ítróttinum teimum eldru

Ja, vit hava – saman við tykkum – skapt eina betri kommunu og ein nýggjan bý. Úrslitini eru mong – men nógv er eftir.

Lyftini eru hildin. Tí siga vit: Kom við til 2020!


Trivnaður skapar framburð Í Javnaðarflokkinum er grund­ hugsanin, at ein sterkur felags­ skapur skapar sterkar borgarar. Tí hava vit, meðan vit hava havt leiðsluna, lagt dent á at bøta um trivnaðin hjá stórum og smáum. Vit hava landsins lægsta skattaprosent, sum vit lækkaðu úr 20,75% í 2010 niður á 19,75%. Vit hava landsins hægsta barnafrádrátt, sum vit hækkaðu úr 5.500 kr. upp í 8.000 kr. Vit hava eina skipan, har eingin rindar fyri meira enn eitt barn, sum er á stovni. Øll systkin eru ókeypis. Tey ungu undir 18 ár skulu hava møguleikar at koma saman undir góðum og tryggum kørmum í nærumhvørvinum. Kommunan hevur skipað fyri nógvum felags tiltøkum í býnum, eitt nú mentanarnátt, Tórsfest, jólahaldi, eini modernaðari ólavsøku og umhvørvisviku. Eisini hava vit givið privatum og mentanarfólki stuðul og pláss at skipa fyri mongum øðrum, eitt nú Voxbotn, á Grynnuni og slaktinum. Vit hava ókeypis bussleið.

Sjósavnið

Reinsaríið

Skúlin á Fløtum

Okkara eldru

Nólsoy

Ólavsøka


Útstykkingar Oman Gil

Vit hava gjørt gongugøtur í okkara vøkru náttúru. Vit vilja hava eina kommunu, har ið øll eru vælkomin, og har vit taka okkum av hvørjum øðrum. Vit hava vælkomupakka til allar útisetar, sum flyta heim til okkara. Hetta, tí at vit trúgva uppá, at tess betri fólk trívast, tess størri tøk vilja tey taka, og tess meira geva tey aftur til felagsskapin. Og tað gongur sjón fyri søgn. Í 2005 vóru vit 19.330 fólk í kommununi. Nú eru vit 20.504.

Kemur tú við til 2020, verða vit enn fleiri.

Býarbókasavnið

Steinatún

Súkklubreyt

Voxbotn

Jólahugni í miðbýnum

Børn og ung

Ráðhúsið

Kom við til 2020


Fólk á trappuni

Høllin á Hálsi

Fólk í Vá

Upplivingar

Íbúðir í Kom­mu­nu­ skúlanum

Musikkskúlin

Ítróttur, list og mentan Í mong ár fluttu ung fólk úr Føroyum. Tað gera tey ikki longur. Okkara høvuðsstaður dregur tey til Føroya. Og tað er eingin tilvild. Vit hava bøtt um umstøðurnar hjá ítróttinum. Og arbeiðið heldur fram. Hallir og vøllir til tær stóru ítrótta­greinirnar og bøttar umstøður til tær smærru. Vit hava bøtt um umstøðurnar hjá listini. Hvønn dag eru konsertir í býnum, og nýggjur musikkskúli verður bygdur. Vit stuðla felagsskapum og átøkum, ið ríka og styrkja okkara mentan, eitt nú Tjóðpalli Føroya, Klippfisk, Reinsarínum, Listaleypinum og Loftbrúnni til listafólk. Nú hava vit sett eitt øki á Skálatrøð av til nýtt Tjóðleikhús.

Kom við til 2020

Sjóvin


Tjóðleikhús á Skála­ trøð

Vágsbotni

Fróðskaparsetrið

Tjóðpallur Føroya

nnuhúsið

Tórsvøllur

Lestrarbýur Okkara uppskot er, at Fróðskaparsetrið, sum í dag húsast kring allan býin og hevur fleiri leigumál, keypir ella leigar Sjóvinnuhúsið. Tað er ein loysn, sum skattgjaldarin fær ágóðan av. Hetta er ein landsuppgáva, men vit vilja taka okkara ábyrgd sum høvuðsstaður, tí vit vilja raðfesta okkara ungu. Í Sjóvinnuhúsinum kann skapast eitt lestrarumhvørvi, sum tey bara kunnu droyma um í øðrum londum. Í Kommunuskúlanum fara lesandi at búgva. Hetta nøktar einum bráðfeingis tørvi, umframt at tað skapar lív í miðbýnum.

Alt hetta fer at halda fram at draga fólk til okkara og til Føroya – um tú kemur við okkum til 2020.

Skúlin á Argjahamri


Vinnulívið er grundarlagið Fortreytin fyri allari vælferð eru arbeiðs­pláss og inntøkur. Tað er orsøkin til, at vit stuðla havnaút­bygg­ ingini, sum ger tað liviligari hjá vinnu­lívinum. Tá Skansabryggjan verður liðug, kunnu vit fáa fleiri og størri ferðamannaskip at bryggju og av álvara taka upp kappingina við eitt nú Lerwick og Aberdeen um at draga vinnuskip á Havnina. Hetta fer at gagna ferðavinnuni, hotel­vinnuni, taxavinnuni, matstovuvinnuni og handils­vinnuni. Hetta fer eisini at skapa nógv arbeiðspláss og stórar inntøkur, sum vit einans kunnu fáa lut í, um vit hava umstøður til tað. Skansabryggjan hevur verið um­strídd. Vit hava havt eitt sunt kjak – og vit hava funnið eina loysn, sum bæði tekur atlit til Skansan og framtíðar arbeiðspláss. Um 100 bátapláss eru útvegað í kommununi. Við tilvitaðum innkeypspolitikki stuðlar kommunan føroyskari framleiðslu, vinnuog handilslívi og eggjar til at gagnnýta náttúrutilfeingi.

Ferðamannaskip

Bussleiðin

Hugskotið


Umhvørvið fremst Umhvørvispolitikkurin er júst samtyktur og skal nú setast í verk. Okkara fyrsta raðfesting er, at tað skal verða lætt at lata bilin standa, tí bussleiðin skal koyra allan dagin allar dagar. Tað er ikki bara í sambandi við Skansa­bryggjuna, at umhvørvið stendur fremst. Bæði Boðanesheimið og Sjóvinnuhúsið verða hitað við sjóhita. Í Svimjihøllini í Gundadali nýta vit eina føroyska uppfinning at endurnýta hitan úr vatninum. Vit vilja skapa ein høvuðsstað, har grønur politikkur og eitt sterkt vinnulív ganga hond í hond. Vilt tú eisini tað?

So kom við til 2020!

Langhylur

Boðanesheimið

Brúgvin um Sandá

Kollafjørður


“Heitar hendur”

Eldraøkið Vit raðfesta 20 mió. til førleikamenning og "heitar hendur" á eldraøkinum. Hesi átøk fevna ítøkiliga um eyka náttarvakt til heimahjálpina, fyribyrging og endurvenjing, umlætting, ansingarsamsýning, demensumsorgan, dagtilhald – eisini um vikuskiftið og sum heild fleiri tímar til "heitar hendur".

Oyggjar og bygdir Vit fara framhaldandi at menna og fjálga um bygdirnar, so at fólkið her býr, kennir seg sum part av samanløgdu kommununi, tó við sínum sermerkta dámi og eyðkenni. Vit fara at útvega grundstykkir, betra um viðlíka­ haldið, menna bussleiðina og halda fram at vetrarfriða bø.

Bústaðir Nógv er framt og nógv er eftir at gera. Í 2020 verða 500 fleiri bústaðir í kommununi. Útstykkingar Undir Kongavarða................100 grundstykkir (í gerð) Oman Gil..................................24 grundstykkir (seld) Karlamagnusarbreyt............12 grundstykkir (í útboð) Við Myllutjørn........................64 grundstykkir (seld) Kaldbak....................................10 grundstykkir (í útboð) Kollafjørður............................24 grundstykkir (í útboð) Raðhús Undir Kongavarða................32 raðhús (í gerð) Lestraríbúðir Kommunuskúlin....................37 lestraríbúðir (summarið 2017) Íbúðir Óðinshædd.............................22 íbúðir (heystið 2016) Óðinshædd.............................48 íbúðir (í umbúnað) Karlamagnusarbreyt............300 íbúðir (í umbúnað) Vinnuøki - tørvurin er nøktaður Skarðshjalli.............................vinnustykki (í útboð) Karlamagnusarbreyt............bl. íbúð/vinnustykki (í útboð)


Fíggjarliga sterkari enn nakrantíð Tað stendur væl til í Tórshavnar kommunu, sum er best rikna kommuna í landinum. Tað vísa øll tøl. Fólkatalið økist og inntøkurnar hækka, tí vit hava eitt virkið vinnulív, góðan trivnað og fjøltáttað tilboð. Pengar eru settir av til øll tey stóru átøkini, ið skulu fremjast, so sum eldraøkið, Skúlan á Fløtum, Musikkskúlan, útstykkingar, miðbýar­ ætlanina, langhyl í Gundadali, Tórshavnar havn og onnur øki. Lániskuldin er søguliga lág, tí Tórshavnar kommuna skyldar einans 68 milliónir krónur – tað er bara 10% av tí, ið vit annars hava heimild til at lána.

Skattainntøkur 2001-2016* (1.000 kr.) 800.000

*Tølini fyri 2016 eru metingar

700.000 600.000 500.000 400.000 300.000

2002 2004 2006 2008 2010 2012 2014 2016

Játtan 2010-2015 Íløgur framdar Íløgur (1.000 kr.)Fíggjarætlan

350.000 300.000 250.000 200.000 150.000 100.000 50.000

2010

2011

Játtan

350.000 300.000 250.000 200.000

2012

2013

Íløgur framdar

2014

2015

Fíggjarætlan


Eftir 12 ár kennir tú Javnaðarflokkin í Tórshavnar býráð Tú veitst, hvørjum vit standa fyri. Tú hevur upplivað menningina. Lat hana halda fram til 2020.

Vel lista C tann 8. november

Halla Samuelsen

Kristianna W. Poulsen

Heðin Mortensen

Tróndur Sigurðsson

Djóni N. Joensen

Helena Dam á Neystabø

Bergur A. Dalsgarð

Bjørg Dam

Bjørghild Djurhuus

Heri Ólason Dam

Emly Djurhuus

Hákun Skoubo Dalsgaard

Odd Færø

Høgni Joensen

Unn Sørinardóttir Perdomo

Theresa T. Kreutzmann

Kom við til 2020


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Kom vid 2020 valskra javnadarflokkurin by Bjørg Dam - Issuu