Skip to main content

Atlantic Review Edition #2 2026

Page 1

Aftur gloymt hana hesa ferð? Tú hevur pakkað kuffertið, lagt leiðina og droymir nú um løturnar, ið liggja fyri framman. Men hevur tú minst til ferðatryggingina? Skuldi okkurt óvæntað hent – sum tað viðhvørt ger – so kann ferðin gerast bæði dýr og møtimikil uttan eina ferðatrygging. Les meira her.


4 | ATLANTIC REVIEW spring 2026

Jo ha

nse n

With these words I wish you pleasant travels and happy reading.

ith

In both aviation and tourism, two of Atlantic Airway’s main sectors, the concept ‘putting the Faroe Islands on the global map’ is often used. Sometimes we use it when we open a new travel destination, or when there is a large tourism event — in the Faroe Islands or abroad. In the global context the Faroe Islands is small, so ‘putting the Faroe Islands on the map’ means that we stand out — excell, if you will — in a specific area. We are lucky to have so many talented people, who each in their way catch the world’s attention and shine a light on the Faroe Islands. In this magazine we feature a varied bouquet of them. International football showcases countries, diversity and talent in many ways, in these pages you will find an interview with the all-Faroese coaching team of the Faroese national men’s squad, Eyðun Klakstein and Atli Gregersen. Last year

is critically acclaimed in the Faroe Islands and internationally, he is still creating and shares his future plans with us. Last but not least, remember Tonik. The tech and art conference will open for the fourth time this May. The event shines a light on the Faroe Islands as an exciting and active player in the world of entrepreneurship.

m

Putting the Faroe Islands on the global map...

they achieved the best ever results in the men’s game and got within a hair’s breadth of qualifying for international play-offs for the first time. The solid result means that they are revealing their stated goal as coaches in this volume: Qualifying for the play-offs is the dream and they are pursuing it full-steam ahead. The coaches share the insights behind that dream with us here. One of the world’s largest stages is the World Expo, which last year took place in Osaka, Japan. The Faroe Islands was represented there too, a very special chair was on display. The piece ‘The Sea in Orca’ was designed by Guðrun Ludvig and Timothy Jacob Jensen, along with sound artist Jens L. Thomsen. The artwork is a chair to experience, not sit in. In this volume we look at the concept behind the piece and how it is contributing to placing the Faroe Islands on the world map. Our gifted musicians also place the Faroe Islands in the spotlight as a land rich in culture, and several of them are making a splash both at home and abroad. One of these is Elinborg Pálsdóttir. In recent years she has really sharpened her profile with her own material, and at the latest Faroese Music Awards she took home the Composer of the Year award for her album ‘Í ævir’. We caught Elinborg for a chat about her and her music. We also met with Vár Guriar­ dótt­ir, a titan of indoor rowing. She has participated in several international competitions, broken world records and taken a series of medals. And don’t skip the interview with 90-year-old artist Zacharias Heinesen. His art

Pho

na an ús y: S b to

Jóhanna á Bergi, CEO, Atlantic Airways

S


Faroese handknitting yarn, knittingpatterns and knitwear heritage.

BEST BRAND IN THE FAROE ISLAND 2025

Substainable 3D production made locally in Faroe Islands. Navia Store Toftir - Navia Store SMS - Navia Store Vágsbotn - Duty Free Airport - www.navia.fo


Photo by: Klara Jacobsen


Innihald / Contents:

08 Elinborg: Listin er

mín størsti kærleiki Elinborg: Art is my greatest love

tóra málið er eitt endaspæl 22 SThe goal is the play-offs stólur 36 Fáøroyskur heimsins størsta palli Faroese chair on the world’s biggest stage

48

acharias Heinesen 90 ár Z og við pensli í hond Zacharias Heinesen at 90 brush in hand

Ein byrjanarpallur 60 Tfyrionik: fram­fýsni Tonik: A springboard for entrepreneurship

4 ára gamla Vár er 72 2heimsmeistari 24-year-old Vár is a world champion

84 Søgan hjá Atlantic Airways arnasíðan 94 BChildren’s page rossorð & Sudoku 95 KCrossword puzzle and Sudoku

kunning um prentstað og svanamerki á prentlutum

Prentstað Allir prentlutir eiga at hava prentstað á. Tí verður heitt á tykkum, sum lata okkum prentklára pdf, um at minnast til at seta á prentlutin: Prent: Føroyaprent.

svanamerki Svanamerkið er búmerkið hjá Norðurlendsku umhvørvismerkingini og er eitt skrásett og vart vørumerki. Tað eru tí reglur fyri, hvussu tað skal síggja út á prentlutinum, og hvussu tað má ATLANTIC Svanamerkið REVIEW is published by Atlantic Airport, FO-380 Sørvágur, brúkast. kann takast Airways, niður Vagar av heimasíðu okkara www.foroyaprent.fo. tel. +298 34 10 00. Advertising: atlanticreview@atlantic.fo. Editor: Ingrid Bjarnastein – ingrid@atlantic.fo. Layout: J­ ensia Gaardlykke Rossum – jensia@atlantic.fo. Responsibility: Jóhanna á Bergi. Proof and Dømi: translation: Sprotin.fo. Printed by: foroyaprent.fo. This publication may only be re­produced Fylg dømunum MinstCover: til atZacharias búmerkið eisini kann vera svart. in agreement with theher. publishers. Heinesen. Photo by: Súsanna Smith Johansen


SKR I VAÐ H EVUR U N I L E IT IS S T E IN H A N S E N M Y N DI R : K L A R A JA C O B S E N

Elinborg: Listin er mín størsti kærleiki Lítla søta Elinborg við sóljugula hárinum, sum einaferð sang og dansaði frítt í kenda sanginum hjá stórusystrini Eivør, er í dag vorðin vaksna væna Elinborg við kommunulitta hárinum. Hon syngur nú meir enn nakrantíð áður, hóast tað er meira ivasamt við dansinum sambært henni sjálvari. Elinborg er eina ferð med alla traðkað úr langa og vakra tónlistarliga skugganum frá systrini. ‚Í ævir’ kallast fyrsta heildarútgáva Elinborgar, sum kom út í fjør og skilmarkar byrjan hennara til tilveruna sum útbúgvið yrkistónlistafólk. Fyri Elinborg hevur tað í grundini ongantíð verið nakar annar kostur í at velja. – Listin er mín størsti kærleiki, staðfestir hon

E

linborg hevur úr at gera. Dagin fyri er hon lend aftur í Føroyum eftir at hava havt konsertir í Íslandi við bólk­inum Hoym. Og sama kvøld, sum prátað verður, skal Hoym hava konsert í Tøting í heim­bygd Elinborg­ar, Syðru­gøtu, áðrenn leiðin dagin eftir gongur aftur til Havnar og Auluna í Finsen. – Hoym er ein vinkonubólkur, ið eg havi stovnað saman við Leu Kampmann og íslendsku Katrín Helgu Ólafsdótt­ur, sum eg kenni frá Rytm­iska kon­ser­va­tori­inum í Keyp­manna­havn. Tón­leik­ur­in er øgi­liga nak­in og peik­ar aftur til

singer/song­w riter-tón­leik­in, sum eg uppruna­liga byrjaði við. Tað er deiligt at hava eina so­vorðna hugna­liga verk­ætlan við síðuna av míni egnu yrkisleið, tí so eg sleppi úr mínari Elinborg-bløðru eina løtu og kann av­streingja saman við góðum vin­kon­um, á­sann­ar Elinborg, tá ið hon sessast at práta aftur við einum flat white, ið er ein avstralsk útgáva av italska cappuccino, bara við meira kaffi og minni mjólk. Elinborg, ið eitur Pálsdóttir til eftir­navn, hevur seinasta árið veru­liga verið í síni egnu bløðru. Hon er nýliga flutt heim aftur til Føroya at búgva eftir loknan lestur

á Rytm­iska kon­ser­va­tori­inum í Keyp­manna­havn, og við sær undir arm­inum heim aftur hevði hon sína fyrstu heildar­út­gávu, ‚Í ævir‘, sum kom út 31. oktober í fjør.

HUGTIKIN AV ØLLUM FLÓTANDI ‚Í ævir‘ hevur varpað Elinborg upp í ovastu luft­løg­ini á føroyska tón­leika­himmal­inum – frá at vera ein lov­andi singer/song­writer-spíri til at vera ein rót­fest popp-tón­lista­ kvinna í fagr­asta blóma. – ‚Í ævir‘ bleiv, tí eg vildi bjóða mær sjálv­ari av bæði tón­list­ar­liga og sum tón­lista­fólk, eitt nú við at rópa og vera eitt sindur svak­ari,

ATLANTIC REVIEW spring 2026 | 9


enn fólk kenna meg sum. Plátan er ein góð bland­ing av peppað­um og ó­peppað­um sang­um, sum eg í stóran mun havi fingið í­blást­ur frá náttúr­uni at skriva. Eg havi altíð verið hug­tik­in av náttúr­uni og ser­liga av øllum, sum er flót­andi, eitt nú vatni, blóði og so fram­veg­ is. Plátan kann í stutt­um lýs­ast sum søgan um mítt lív og tað, eg higartil havi upplivað, greiðir Elinborg eldhugað frá. Sjálv lýsir Elinborg tónleik­in á ‚Í ævir‘ sum norðurlendskan elektron­isk­an popp. – Tað norðurlendska liggur í, at eg vil fegin hava, at fólk fáa eina mynd av Føroyum í høvdið, tá ið tey lurta eftir mín­um sang­um; at tey merkja fjøll­ini og vind­in, og at tey hoyra storm­in og brús­ andi hav­ið. Eg dyrki eisini, at fólk ikki skilja tekst­ir­nar, tá ið eg spæli uttan­lands, tí tað gevur teim­um

10 | ATLANTIC REVIEW spring 2026

høvi at fara inn í seg sjálvi, meðan tey lurta, og koma til eitt ávíst stað bara við tón­leik­inum. Tón­leik­ur verður onkurs­vegna persón­lig­ari fyri fólk á tann hátt.

ONGANTÍÐ SKRIVAÐ FLEIRI SANGIR Júst sum Elinborg er farin á flot á einum tali­streym­i um ‚Í ævir‘, kvettir hon seg sjálva og streym­in brád­liga og harð­liga av. – Men eg eri longu farin í holt við næstu plátuna, staðfestir hon eirinda­leyst, tó eitt sindur um­ber­ andi. – Síðan eg flutti aftur til Føroya at búgva, havi eg skrivað fleiri sang­ir, enn eg nakrantíð áður havi skrivað. Øgiliga sterk­ar kenslur hava verið í spæl hjá mær sein­a­sta árið, og tað setir gongd í sang­skriv­ ing­ina.

Í sjey ár hevur Elinborg, ið er vorðin 29 ára gomul, verið í par­ lagi við kenda tónlistamanninum Jógvan Joensen. Tað er hon ikki longur. – Tá ið tú hevur tað ordiliga gott, kann tað vera trupult at finna í­blást­ur til at skriva sang­ir. Tú noyðist ofta út at leita eftir í­blástr­ inum. Eitt nú ferðað­ist eg ofta til Føroya at fáa í­blást­ur úr náttúr­ uni, meðan eg skrivaði sangir­nar til ‚Í ævir‘, tí tað fært tú bara ikki upp á sama máta í einum stór­býi sum Keyp­manna­havn. Men tá ið stór­ar broyt­ing­ar henda í tín­um lívi, brenn­ur tú inni við nógv­ um kensl­um og tank­um, sum tú noyðist út við. Tað er soleiðis, ið eg havi havt tað í eina tíð nú, ásann­ ar Elin­borg er­liga. – So tað ræður um ikki at hava tað alt ov gott, um tú ert tón­lista­ fólk, leggur Elinborg turrisliga


You’re flying over it. We’re bottling it.

pH 8.3 at Source

The only Natural Mineral Water from the Faroe Islands. Mount Kirvi’s source was discovered by chance — deep within a 55-million-year-old basalt mountain range in the Faroe Islands. At the foothill, we gently bottle the purest natural mineral water using little more than gravity. With its high pH value of 8.3 and unique mineral composition, Kirvi is believed to be among the world’s finest and healthiest waters.

That’s uniqueness.


12 | ATLANTIC REVIEW spring 2026


aftur­at, áðrenn hon brestur útúr at flenna.

TRÍVIST VÆL VIÐ AT HAVA NÓGV AT GERA Elinborg loftar eisini sær sjálvari í and­søgn­ini, at hon júst hevur út­ givið sína fyrstu plátu, men longu situr og prátar um at ta næstu. – Sjálvandi er tað umráðandi at njóta ta sannroynd, at tú júst hevur útgivið eina plátu, sum tú hevur brúkt trý hørð ár til at seta í verð­ina. Men hinvegin, so vilt tú eisini halda listar­ligu grýtuni í kók, og tað er ein javn­vág, ið tú noyð­ist at finna. Arbeið­ið hjá tær byrjar í grund­ini ikki, fyrr enn plátan er út­giv­in, tí um tú ikki ert sinnað at fara út at kempa fyri at fáa fólk at keypa plát­una hjá tær, so kemur hon bara út, og so er tað tað. Tú mást eisini út av vísa fólki, at tú brenn­ur fyri og trýrt upp á tín egna tón­leik. Í roynd og veru, so trívist Elinborg væl við at hava nógv jørn í eldi­num. – Um tú elskar tað, ið tú gert, so kenn­ist tað ikki rættiliga sum eitt arbeiði. Nú havi eg sett mær fyri, at nýggja plátan skal koma út um eitt ár, tá ið eg ætli mær á mína fyrstu head­liner-konsert­ferð í Týsk­landi, har eg eri høvuðs­navn­ ið, og tað er ordiliga spennandi. So tí arbeiði eg ímóti, og tað kennist væl. Onnur plátan verður øðrvísi á tann hátt, at hon verður gjørd saman við bólkinum hjá Elinborg, ið er mannað­ur við Jan Rúna Poulsen og Heðin Ziska Davidsen.

TIL HANDILS VIÐ SMINKU Um nakar ivast, so er Elinborg yngra systir Eivør, fyri at fáa tað út av verð­ini. Og meðan nógv fólk hava hug at gera tað til ein trupul­

leika fyri Elinborg sum tón­lista­ kvinnu, at hon er systir størstu tón­leika­stjørnu føroy­inga, so sær Elinborg sjálv tað full­komi­liga øðr­vísi. Men tað venda vit aftur til seinni. Elinborg fegnast í løtuni um at vera aftur í Føroyum og tætt við síni kæru – eisini Eivør. Har er tó eitt lítið ‚men‘ við at vera flutt aftur til Føroya. – Tú ert bara ikki serliga anonym í Føroyum, staðfestir Elinborg og brestir aftur útúr at

„Um tú elskar tað, ið tú gert, so kennist tað ikki rættiliga sum eitt arbeiði.“ Elinborg Pálsdóttir

flenna. – Tú noyðist at sminka tær, áðrenn tú fert til handils, tí tú vilt treyð­ugt líkj­ast einum upp­aftur­griv­num, tá ið tú møtir onkrum, ið tú kennir, við køli­ disk­in. Hóast Elinborg er flutt heim aftur til Føroya, so hevur hon eyguni vend móti al­tjóða tón­leika­ pall­inum, og so undar­ligt, ið tað kann ljóða, so er tað fíggj­ar­liga høg­lig­ari hjá føroysku tónlista­fólk­ um at ferð­ast uttan­lands úr Føroy­ um enn úr Danmark. – Orsøkin er Loftbrúgvin til lista­fólk, sum ger tað gjør­ligt hjá lista­fólk­um at búgva í Føroy­um og hava eina altjóða yrkis­leið. Tá

ið eg las í Keyp­manna­havn, og vit skuldu uttan­lands at hava konsert­ ir, so var tað ofta lættari hjá mær at flúgva til Føroya fyrst og so flúgva víð­ari úr Føroy­um saman við bólk­inum.

Á EGNUM BEINUM At vera flutt til Føroya hevur eisini fyri fyrstu ferð gjørt, at Elinborg følir, at hon stend­ur á egnum bein­um uttan at vera les­andi ella heima­búgv­andi. – Eg eri flutt inn í mítt egna heim, havi keypt mær bil og onnur so­vorð­in vaksin ting, og alt kostar bara peng­ar. Samstundis hevur Elinborg eisini gjørt av at liva av tón­leiki­ num burt­ur­av. – Hvaðani inntøkan kemur? Ja, tað er ein góður spurningur, skemt­ar Elinborg læandi, áðrenn hon svar­ar: – Hjá mær kemur inntøkan frá at hava konsert­ir, og so havi eg Patreon, sum er ein sosialur miðil, har fólk kunnu gjalda fyri, at eg fram­føri fyri teim­um og leggi meira ser­stakt til­far út, sum tú ikki sært á almennu vang­unum hjá mær á øðrum sosialum miðl­ um. Tað gevur eitt sindur av inn­ tøku, og hon er vaks­andi. Tað snýr seg um at hava fleiri inn­ tøku­keld­ur, tá ið tú skalt liva sum yrkis­lista­fólk, men fyri meg er tað eisini avgerandi, at eg tími at gera tað, ið gevur mær inntøkur. Á tann hátt verður tað orku­gev­andi aftur ímóti, um eg skuldi gjørt ting, ið eg ikki tími, sum er dren­ andi. Elinborg heldur tó eisini, at frælsið og óvissan, ið liggur í til­ veru­ni sum yrkis­tón­lista­fólk, er spenn­andi, tí tað leggur trýst á hana um at leggja nógv meira orku í alt fyri at fáa tað at rigga og mala runt fíggj­ar­liga.

ATLANTIC REVIEW spring 2026 | 13


– Eg eri so góð við tær fyrstu EP’irnar, ið eg gav út, tí tær um­ boða so væl lítlu Elinborg, ið situr á kamari­num við gittara­num og skriv­ar sang­ir og droym­ir stórt. Eg eri eisini so ræðuliga góð við ta gentuna, sum tíbetur hevur flutt seg øgi­liga nógv tón­list­ar­liga. Eg hevði ikki skrivað teir sangir­ nar, ið eg skrivi í dag, um eg ikki eisini hevði givið allar hinar út, hóast allir ikki vóru so øgiliga væl­eydnað­ir, hug­leið­ir Elinborg, ið enn skrivar sangir við gittara­ num, áðrenn hon í dag leggur teir inn í teld­una og ar­beið­ir víðari við teim­um har.

EITT STIMBRANDI UMHVØRVI

– Tú noyðist at hugsa langt fram í tíð og bóka konsertir. Nú eri eg so heppin, at eg havi ein book­ ara. Eg kann siga við hann, at næstu mánað­ir­nar noyð­ist eg at for­vinna so og so nógvar peng­ar, og so ger hann sítt besta fyri at stápla konsert­ir upp á bein­ini. Eg taki mær so av øllum tí smáa við síðuna av konsert­unum.

ONGA PLAN B Lívið hjá Elinborg hevur altíð snúð seg um tónleik og at syngja, eins og Eivør syngur um í kenda sanginum ‚Elisabeth og Elinborg‘. Elinborg lærdi seg sjálva at spæla gittar á

14 | ATLANTIC REVIEW spring 2026

kamari­num, og fyrstu konsertina hevði hon í Losjuni við Gøtugjógv. Hon fram­førdi ‚Zombie‘ hjá The Cranberries. – Eg dugi ikki at ímynda mær at fáast við annað enn tónleik. Eg havi í grundini ongantíð um­ hugsað at lisið annað enn tón­leik. Eg havi ongantíð havt eina plan b við lív­inum. Elinborg hevur eisini givið tón­leik út, síðani hon var 18 ára gomul. Fyrst singer/songwriter EPirnar ‚Spor‘ í 2015 og ‚Landið, sum eingin sær‘ í 2017, áðrenn tón­leika­ stíl­ur­in tók eina snaring móti tí elektron­iska. Fyrst við EP-ini ‚Vera‘ í 2022 og nú við fyrstu LP’ini.

Stóri alskurin til tónleikin kemur fyrst og fremst frá foreldrunum, Sædis Eilifsdóttur og Páll Jacobsen, sála, heldur Elinborg. – Mamma hevur altíð sungið nógv fyri okkum systrum, og babba dyrkaði kvæði og stóð altíð framm­an fyri út­varp­inum og lurt­ aði. Hann dugdi eisini væl at yrkja. Elinborg heldur eisini, at tað var stimbr­andi fyri seg sum barn at vera rundan um Grót-umhvørv­ ið í Gøtu, ið fostraði G! festivalin og tón­leika­nøvn sum Clickhaze, Eivør, Gestir, Høgna Lisberg, Orka og onnur. – Eg hevði stjørnur í eygunum og hugsaði ‚Oh my God, tit eru kul‘. Men sovorðið kann eisini fara øvuta vegin, tí systir mín Elisabeth vil einki hava við tón­leik at gera. Hon kann gott finna upp á at syngja, men mann skal ordi­liga hála tað úr henni, greið­ir Elinborg frá, tá ið tað brád­liga renn­ur henni til hugs, hvussu bein­rak­in sang­ur­in um Elisabeth Mariu og hana er. – Tá ið eg hoyri sangin í dag, so hugsi eg altíð, at tað er ræðuliga kul, at hatta enn er galdandi, og


FERÐATRYGGING

Óheppin á ferðini? 3 skjót svar: Seinkað viðføri?

Sjúka ella skaði á ferðini?

Er viðførið seinkað meira enn 5 tímar

Um sjúka ella skaði rakar teg ella ein

uttanlands, so fært tú endurgjald.

í húskinum, skalt tú altíð ringja til SOS

Minst til at fáa váttan fyri seinkingini

á tel. +45 38 48 91 22. Fá altíð eina

frá flutningsfelagnum.

læknaváttan við heim til Føroya. Í læknaváttanini skal standa hvat bagir

Seinkað ferð?

og tíðarskeiðið, sum læknin viðmælir at

Er ferðin úr ella til Føroya seinkað meira

tú bindur frið.

enn 8 tímar, so fært tú endurgjald. Minst til at fáa váttan fyri seinkingini

Á okkara heimasíðu hava vit fleiri góð

frá flutningsfelagnum.

ráð til tín, sum skal uttanlands at ferðast.

Spurningar til tína ferðatrygging? Ring 348 600, vit hjálpa tær fegin.

Les meira á betri.fo/ferdatrygging


at Elisabeth og eg ikki hava valt okkurt full­komi­liga annað í lív­ inum enn tað, ið Eivør syngur um. Sangur­in bleiv jú skrivað­ur, tá ið vit vóru smáar, men longu tá hevur Eivør sæð, at Elisabeth fór at mála, og at eg fór at velja tón­ leik­in, hug­leið­ir Elinborg, áðrenn eitt forherð­að andlits­brá yvir­tek­ur blíða snýð­ið. – Eg haldi, at Eivør dugir meir enn at mata seg, staðfestir hon, áðrenn hon brestur útúr at flenna.

ELINBORG OG EIVØR VILJA LEIÐAST Harvið eru vit komin aftur til ta sann­roynd, at Elinborg er yngra systir Eivør. Sjálv hevur Elinborg ongan­tíð sæð tað sum ein trupul­ leika, at hon er systir størstu tón­leika­stjørnu før­oy­inga – tvørtur­ ímóti. – Eivør er mín størsta fyri­mynd bæði sum menniskja og tón­lista­ fólk, og eg eri so øgiliga errin av henni og kenni meg hepna at vera systir hennara. Eivør gevur mær ó­enda­liga nógvan íblást­ur og hjálp­ir mær so nógv í mínum yrki, stað­fest­ir Elinborg, tá ið prátið fell­ ur á heims­kendu systrina. – Men tað er áhugavert, at onnur fólk hava lyndi til at hugsa okkurt nei­ligt inn í ta sann­roynd, at vit eru systrar. Kanska óttast fólk, at eg royni at liva upp til Eivør, og at tað fer at kiksa hjá mær. Nógv fólk eru eisini øgiliga upp­sett uppá, at vit báðar skulu fara hvør sín veg tón­listar­liga, men vit báðar hava altíð hugsað: Hví tað? Hví kunnu vit ikki vera saman um hetta? Vit hava ikki hug at fara hvør sín veg. Vit eru systr­ar. Vit elska at syngja saman, og vit hava hug at leið­ast og fara ígjøg­num hetta lívið saman. Elinborg fær ofta skotið í skógv­ ar­nar, at hon beinleiðis hermir

16 | ATLANTIC REVIEW spring 2026

eftir eldru systrini. Elinborg við­ gong­ur, at tað var eitt, ið hon hugs­ aði nógv um, tá ið hon var yngri. – Í dag hugsi eg als ikki um tað, og eg taki tað ongantíð illa upp, tá ið fólk spyrja meg um tað. Vit hava somu foreldur og harvið somu kjarnu, so tað er ikki so undar­ligt, at vit ljóða líka. Elinborg vísir eisini á, at uttan­ lands dyrka fólk, at tær eru systr­ ar, og halda tað vera mega kul, og tað er í Føroyum, at fólk hava lyndi til at gera tað til ein trupul­ leika. – Tað eru eisini nógv, ið siga, at vit báðar líkjast í rørslu. Vit hava báðar føt­ur, sum peika inn­eftir, og eru tað, ið fyrr kallað­ist kálva­ kníggjað­ar. Tað hava vit arvað frá okkara elskaðu ommu og er eitt, ið vit eru ernar av, leggur Elinborg læ­andi afturat.

mín tón­leik til sín. Tað er tað, ið eg arbeiði fram ímóti at sleppa at gera hvønn dag. Lívið á ferð sum tónlistafólk er ofta ósambæri­ligt við eitt vanligt, borgar­ligt familju­lív, men tað ørkyml­ar ikki Elinborg. – Tað einasta, sum eg altíð havi runnið aftan á, er listin, ið er mín størsti kær­leiki. Eg havi ongantíð havt nakran longsil eftir manni og børn­um og einum borgar­lig­ um lívi. Beint nú snýr tað seg um at hava so nógvar konsertir, sum eg kann, og geva so nógvar plátur út, sum eg kann, og so fáa vit at síggja, sigur Elinborg.

KENNIR SEG HEIMA Á PALLINUM

„Tað einasta, sum eg altíð havi runnið aftan á, er listin, ið er mín størsti kærleiki.“

Herfyri vóru Elinborg og bólkur hennara á einari umfatandi konsert­ferð runt í Evropa saman við Eivør og heims­kenda íslend­ska tón­lista­mann­inum Ásgeir Trausti. Eitt sá­ligt and­lits­brá kemur yvir Elinborg, tá ið hon minnist aftur á upp­living­ina. – Eg elskaði tað lívið og hevði tað sum blomman í egginum. Vit vóru á ferð í 31 dagar, men eg kundi gott verið við í eitt heilt ár, tí eg neyt tað so nógv. Elinborg heldur sjálv, at ein av hennara størstu styrkjum sum tón­lista­fólk er júst tað at fara út at hava konsertir og framføra fyri fólki. – Eg havi ein ræðuliga stóran kær­leika til tað at fram­føra. Eg kenni meg væl og heima á einum palli, og eg gleði meg altíð at fara á pall­in. Og so elski eg at møta fólk­um og vísa teimum, at eg eri takk­som fyri, at tey hava tikið

Elinborg Pálsdóttir

FAKTA Elinborg Pálsdóttir, f. 4. desember 1996 er upp­vaksin í Syðrugøtu og er dóttir Sædis Eilifsdóttir og Páll Jacobsen, sála, og lítla­systir heims­kendu føroysku tónlista­k vinnuna Eivør. Elinborg hevur sungið og spælt tón­leik síðani hon var smágenta, og longu sum 18 ára gomul útgav hon sína fyrstu EP, ‚Spor’. Hon er útbúgvin kandidatur í tón­leika­ fram­førslu frá Rytmiska há­skúla­num í Keyp­m anna­havn, og í fjør útgav hon sína fyrstu heildar­út­g ávu, ‚Í ævir’, sum hon herfyri vann heiður­in sum Ársins tónaskald á Faroese Music Awards 2026 fyri.


ATLANTIC REVIEW spring 2026 | 17


Elinborg: Art is my greatest love Elinborg has once and for all stepped out of her sister Eivør Pálsdóttir’s long and beautiful musical shadow. ‚Í ævir’ is her first full-length album released last year and marking the start of her life as a professional musician


E

linborg just moved home after graduating from the Rhythmic Music Conservatory in Copenhagen. Her album has transformed her presence on the Faroese music scene from promising singer-songwriter to pop music artist in full bloom. ‘Í ævir’ means For All Eternity and is inspired by nature, especially its liquids water and blood. The musician describes it as the story of her life and defines it as Nordic electro pop. ‘Nordic because I want people to get an image of the Faroe Islands when they listen; feel the mountains and wind, and hear the storm and raging sea.’ Elinborg loves that not everyone understands the Faroese lyrics, it allows them to go inside and go to a certain place just with the music, she feels it makes it more personal.

hard on for three years. But she needs to keep creating. Though there is a balance to be sought, you also have to go out and promote the album you already created. Show that you believe in your music. Elinborg is busy, but: ‘If you love what you do, then it doesn’t feel like work. I’m aiming to release the new album next year, when I’ll be going on my first headline tour in Germany.’ She is working on the new album with her band: Jan Rúni Poulsen and Heðin Ziska Davidsen.

ROOTED IN GØTA

“If you love what you do, then it doesn’t feel like work.”

MORE PRODUCTIVE THAN EVER Elinborg is already working on her next album. Since the move, she has written more than ever, ‘I’ve been through intense emotions in the last year, and it fires up the songwriting.’ The now 29-year-old recently came out of a 7-year relationship, ‘When big changes happen in your life then you suddenly find yourself with a lot of feelings and thoughts to express.’ ‘So, if you’re a musician, you probably shouldn’t be too happy all the time,’ Elinborg laughs.

HAPPY KEEPING BUSY The singer acknowledges that she should, of course, enjoy that she just released an album she worked

Faroese artists to travel abroad from the Faroe Islands than Denmark. On the subject of finance, Elinborg feels like a full-fledged adult now with a home and a car. In parallel she has decided to live off music. How will she pay the bills? ‘Good question,’ Elinborg jokes. Then she explains that her main income is from concerts and the Patreon platform. Having various sources of income is crucial, but for her it is also decisive to earn money doing things she wants to do. They give her energy, rather than drain her.

Elinborg Pálsdóttir

ON HER OWN TWO FEET Elinborg loves being back with family, friends and Faroese nature. ‘But you’re never anonymous,’ she laughs again, ‘You need makeup to run to the shop, you don’t want to look like something the cat dragged in when you run into someone you know in the freezer aisle.’ Moving home doesn’t mean moving away from the global stage. Thanks to the support scheme for artists, Loftbrúgvin, it makes more financial sense for

The musician credits her parents with her love of music, Sædis Eilifs­ dóttir and the late Páll Jacobsen. Her mum would always sing to her daughters, while her father loved the traditional Faroese ballads. She also grew up in Gøta with older sister Eivør Pállsdóttir and the music around the G! music festival. This brings us to the fact that Elinborg is the younger sister of the biggest name in Faroese music history.

ELINBORG AND EIVØR HAND IN HAND ‘Eivør is my greatest role model as a person and musician, I’m so proud of her and feel lucky to be her little sister. She gives me endless inspiration and support,’ Elinborg says. Others sometimes want to see an obstacle, perhaps worrying that the younger sister won’t live up to the older sister. ‘A lot of people also want to insist that

ATLANTIC REVIEW spring 2026 | 19


FACTS Elinborg Pálsdóttir (born 4 Decem­ ber 1996) grew up in Syðrugøta, the daughter of Sædis Eilifsdóttir and the late Páll Jacobsen, and the younger sister of internationally renowned Faroese musician Eivør. Elinborg has been singing and playing music since she was a child, and at the age of 18 she released her first EP, ‘Spor’. She holds a master’s degree in music performance from the Rhythmic Music Conservatory in Copenha­ gen, and last year she released her first full-length album, ‘Í ævir’. Recently, she won the award for Composer of the Year at the Faro­ ese Music Awards 2026 for ‘Í ævir’.

we should take different musical directions, but we’ve both always thought: why? Why can’t we do this together? We don’t want to go separate ways. We’re sisters. We love singing together, and want to hold hands and go through this life together.’

AT HOME ON THE STAGE Recently Elinborg and her band toured Europe with Eivør and

20 | ATLANTIC REVIEW spring 2026

Icelandic Ásgeir Trausti. It was a dream, one of Elinborg’s strengths as a musician is her love of performing. She is at home on the stage and thrives showing audiences her gratitude for making her music part of their world. Touring is often incompatible with average family life, it doesn’t worry Elinborg, ‘The only thing I’ve ever chased is the art, it’s my greatest love.’


I kept seeing it everywhere. On cartons. In fridges. On tables. It took a while to realise it wasn’t something you “discover” — it’s just there. Around these parts, everyone knows Raska. It’s a dairy company. Dairy as in “milk”, yes. The locals were not really talking about Raska. Yet they were all buying their dairy products from them. Maybe because it is locally produced and affordable. Or maybe because they know what they’ll get. Because for half a century, Raska has been a household name. I was told that in the 1970s there was a growing demand for fresh milk, which led farmers from all around the islands to join forces. So they founded a dairy company. Today, Raska, or MBM as the locals call it, is a team of dairy workers, quality inspectors, packers, and milk truck drivers, all working closely together to ensure that fresh dairy products maintain the highest quality. From farm to fridge — in just one day. And I ate dairy every day. I had fish with the best butter sauce of my life. I fuelled up on warm oatmeal made with whole-fat milk (that’s the blue one, “Bóndamjólk”) before a long mountain hike. And after last Sunday’s boat ride, we all gathered round the table and tucked into warm waffles topped with cold whipped cream (“rómi” in Faroese). A finale to the trip.


SKR I VAÐ H EVU R IN G R ID B JA R N A S T E IN M Y N DI R : SÚSA N N A S M IT H JO H A N S E N

Stóra málið er eitt endaspæl Teir tóku yvir eftir eina turbulenta tíð við stórari ónøgd, og so høvdu úrslitini heldur ikki verið serliga góð í longri tíð. Í fyrsta umfari var avtalan galdandi fyri tveir landsdystir, men síðan februar í fjør hava Eyðun Klakstein og Atli Gregersen staðið á odda fyri føroyska A-manslandsliðnum í fótbólti sum ávikavist høvuðs- og hjálparvenjari. Fyri fyrstu ferð er í meira enn 15 ár er talan um eitt føroyskt venjaratoymi burturav. Saman við spælarunum seta teir høg krøv og stór mál. Tí eftir bestu úrtøkuna í føroyskum manslandsliðsfóbólti higartil snoddaðu Føroyar fyri fyrstu ferð til eitt endaspæl seinasta heyst. Og nú verða orð sett á: Ítøkiliga málið er eitt endaspæl, og tí verða allar kreftir settar inn fyri at røkka hesum, tá ið Nation’s League kappingin verður floytað í gongd í september. Vit hava fingið orðið á venjaratoymið – um stórt og smátt, samstarv og stríðsvilja – og hvussu slagorðið ‚saman framá’ skal seyra ígjøgnum alt arbeiðið við landsliðnum, bæði á vøllinum og uttanfyri

ATLANTIC REVIEW spring 2026 | 23


H

vussu lýsa tit hetta fyrsta árið við róðr ­ið?

EYÐUN: At vera lands­liðs­venjari hjá einum A-landsliði er ein øgiliga ser­lig upp­gáva at fáa, og tað var ongan­tíð í mínum dreymum at enda her. Tú mást viðurkenna, at tað er ser­ligt at fáa hetta starvið, og tað er ein heiður at sita í sess­inum. Tá ið tað er sagt, so var tað í roynd og veru øgiliga avbjóðandi fyrstu tíð­ina, tí vit blivu meira ella minni tveittir út í tað. Men so hvørt, sum eg havi vant meg við tank­an, so haldi eg, at tað saman­ um­tikið hevur verið gott. Vit vistu frá byrjan, hvat vit skuldu gera, og nógv av tí hevur eydnast, og at enda hepnað­ist ordiliga væl.

24 | ATLANTIC REVIEW spring 2026

ATLI: Hetta kom eitt sindur úr ong­um, og fyrsta tíðin var rætti­ liga roka­lig. Tað krevur rætti­liga nógv, tí øll hava eina meining um fót­bólt. Júst tað er gott, tí tað er hes­um, vit liva av. Men tað er eisini krevj­andi av álvara at gerast ein al­ menn­ur persón­ur, hóast vit báðir í ávísan mun vóru tað framman­ undan. Saman­um­tikið hevur tað tó verið ræðu­liga stutt­ligt, og serliga tí vit hava fingið bestu úrs­lit nakran­ tíð. Tað er stutt­ligt, tá ið øll eru við, og tú følir, at tú ert partur av, at ‚vit gera hetta saman‘. Hvussu er tykkara støða í al­menna rúminum broytt? EYÐUN: Tú merkir tað bara. Eg havi verið nógv í almenna rúm­ inum upp á ymsar mátar, men tað

kennist øðr­vísi, nú eg eri lands­liðs­ venj­ari í fót­bólti. Helst er leik­lut­ur­ in meira almenn­ur og týðandi enn nógv annað. Fleiri fólk heilsa uppá, hyggja, summi hava hug at práta, og tú mást hugsa teg um, tá ið tú ert mill­um fólk. ATLI: Eg má bara siga, at tað eru kanska eini 15 ár síðani, at eg gavst at hugsa meg um. Eg haldi, at eg eri ein partur av hesum, tí eg eri, júst sum eg eri, so tað havi eg bara valt at standa við. Men sjálv­andi hugsar tú viðhvørt um, hvat tú sigur og við hvønn, tí nú hava øll eina meining. Tá ið eitt av skipu­num hjá Varðanum kemur inn aftur, so spyrji eg ikki, hví fóru tit á hatta miðið at fiska, tí tí havi eg als ikki skil fyri. Men so­ leiðis er ikki í fótbólti. Øll hava


”

Vit fingu okkum sólpanel á sumri 2025, og tey hava hilnast sera væl. Um summarið framleiða sólpanelini meira orku enn vit brúka, og um veturin virka tey sum ískoyti. Avgjørt ein íløga, vit eru glað fyri. Jákup Martin á Válinum, Vestmanna

Umhugsar tú sólorku? Les meira á sev.fo ella skanna kotuna.


26 | ATLANTIC REVIEW spring 2026


eina mein­ing, tí tað eru so nógv, sum hava hugt at fótbólti leingi. Og tað er eisini nokk so stuttligt, tí øll vilja okkum tað væl. Áðrenn tit tóku við hesum starv­inum, vóru tit venjarar hjá U21 lands­lið­num hjá monnum. Hvat er størsti munurin at fara frá U til A? EYÐUN: Hetta er bara nógv størri. U21 var nokk so friðarligt og eitt sindur undir radaranum. Føroy­ing­ ar hava altíð verið góðir við U21 lands­lið­ið, serliga saman­borið við, hvussu við­ferð­in av A-lands­lið­num við­hvørt hevur verið. Tá hevur mann av og á hugsað, at tað ikki er bara bara at vera hvørki leiðari ella spæl­ari, tí har er yvir­høvur nógv meira um­røða og áhugi. Tað er stutt­ligt, at tað merkir so nógv fyri nógv fólk. Men sam­stundis er tað eis­ini av­bjóð­ing­in. At tað merkir so nógv fyri nógv. Samanumtikið er tað nógv meira alment at standa á odda fyri A-­lands­lið­num. Tað er meira legalt at hava eina mein­ing um A-lands­ lið­ið. Við U21 vóru fólk varn­ari og vóru góð við hesar ungu menni­ nar, sum eisini klára seg væl. Manslandsliðið er upp á allar mát­ar eitt størri og meira altjóða merkt maskinarí, og starvið sum lands­liðs­venj­ari í fótbólti má vera nakað av tí hægsta, tú kanst upp­ náa sum før­oy­ing­ur. Eg haldi í øllum før­um, at tað er eitt ógvu­ liga týð­andi og á­byrgd­ar­f ult starv. ATLI: Alt er x 100 við A-lands­ lið­num saman­bor­ið við U21. Eisini av­leið­ing­ar­nar – bæði positiv­ar og negativ­ar. Um tað ikki gongst so væl hjá U21 lands­lið­num, er reaktión­in meira, at ‚teir ungu gjørdu sítt besta‘. Við A-lands­lið­ num skal leverast! Vit hava eisini verið eitt sindur ó­realistisk­ir, tá ið hugsað verður um, hvat vit kunnu. Men vit hava

valt at trúgva 3000% upp á tað hvørja ferð. Og tað haldi eg, at fólk­ið er við uppá, tí tey síggja tað í øllum viður­skift­um, at um vit skulu gera nakað, so mugu vit vera ó­realist­isk. Og tað, haldi eg, ger tað stutt­ligt at vera her, ser­liga tá ið tað hepn­ast! Hvørjar tankar g jørdu tit tykkum, áðrenn tit tóku við starv­inum?

før­oysk­an og altjóða fótbólt, sum er savnað saman í langt tíð­ar­skeið. Hesa ferð er tað ikki bara eitt­hvørt, sum vit hava roknað okkum fram til. Tað liggur nógv meira í hesum og merk­ir nógv meira; hetta er tað, vit standa inni fyri, vilja og brenna fyri. Tað, sum vit gera, er veru­liga tað, sum vit meina og halda, og tað ligg­ur nógv meira í hesi arbeiðs­ upp­gáv­uni enn í nógv­um øðr­um.

EYÐUN: Aftan á upplivingina í november, tá ið vit í fyrsta umfari tóku yvir í tveir dystir, hevði eg

Hvørjir eginleikar eru týdning­ar­ miklir í hesum starvinum?

„Tú noyð­ist at finna til kjarnuna av tí, sum hetta snýr seg um, og brúka mest tíð upp á tað – og so standa við tað, tí tað er skjótt at verða skumpað­ur av leið.“ Eyðun Klakstein, høvuðsvenjari, A-manslandsliðið

kensl­u­na av, at hetta kunnu vit væl klára. Og so mást tú bara gera upp við teg sjálvan, um hetta er tað, tú vilt gera næstu ár­ini og vera ‚all in‘ uppá tað. Tá ið tú hevur á­byrgd­ina av einari verk­ætlan, setur tú teg inn í, hvør upp­gáv­an er, og hvussu hon skal loys­ast, og so fert tú í gongd og gert alt fyri at náa mál­inum. Soleiðis er tað eisini í viss­an mun við lands­lið­ num, men eg føli, at hetta hevur nógv størri týdn­ing enn so nógv annað. Eg havi verið í fót­bólti mesta av lív­inum, so mítt arbeiði við lands­lið­num byggir á vitan um

ATLI: Tú mást vera ein góður fyri­ sit­ari. Tað dugir Eyðun ótrú­liga væl. Og so mást tú vera menniskja­ kenn­ari. Tú mást alla tíðina kunna flyta teg, t.d. í tí taktiska. Hvussu hava vit bestan møgu­leika at vinna í­móti hesum lið­num. Vit hava ein spæli­stíl, sum vit halda okkum til, men kunnu vit til­laga okkurt eitt sindur? Og so haldi eg, at tað er ein risa fyri­mun­ur at vera føroy­ ing­ur, tí tú kennir føroysku fólkaog fót­bólts­sál­ina. Harvið er tað ikki sagt, at ein útlending­ur ikki kann gera tað væl. Men júst nú er tað ein fyri­mun­ur hjá okkum, at vit kenna spæl­ar­ar­nar og áskoðar­ ar­nar. So í stutt­um: góð fyrisiting, takt­iskt vit og skil og so at kenna menn­iskju. EYÐUN: Tú mást í øllum førum kunna standa við tað, sum tú held­ ur og trýrt uppá, tí tað eru nógv á­huga­mál og mein­ing­ar rundan um lands­lið­ið. So tú noyð­ist at finna til kjarnuna av tí, sum hetta snýr seg um, og brúka mest tíð upp á tað – og so standa við tað, tí tað er skjótt at verða skumpað­ ur av leið. Vit hava eisini verið úti fyri, at vit hava verið trýst­ir at taka av­gerð­ir og har­við verið noydd­ir at taka støðu til, um vit standa við okkara prin­sipp ella ikki. Eg gleðist um, at vit í allar­ flestu før­um hava tikið okkara

ATLANTIC REVIEW spring 2026 | 27


avgerð­ir út frá teim­um prin­sipp­ um, vit hava fyri leiðsl­una av liðnum. Hvørji virði bygg ja tit tykkara avgerðir á? EYÐUN: Slagorðið hjá FSF er ‚Saman fram­á‘, og tað er bæði gott og neyvt. Tað hava vit tikið til okkum. Tí um Føroyar skulu klára seg væl í al­tjóða ítrótti, snýr tað seg í stóran mun um at gera tað saman. Tá ið mans­­lands­lið­ið spælir dystir, er tað sum oftast ímóti lond­um, sum eru størri og sterk­ari og verða mett at vera betri enn vit. So vit liva nógv av at vera saman um tað og brúka okkara styrk­ir. Vit mugu arbeiða saman í øllum, sum vit gera, tí um vit verða spjadd­ir og detta sundur, bæði á vøll­inum og uttan­fyri, so hava vit ongan liv­andi kjans. Vit liva av, at 1 + 1 verður 3. Spælar­ar­nir hava nógvar góðar før­leik­ar og egin­leik­ar, men tað er, tá ið vit seta teir saman, at vit sum lið verða bæði betri og sterk­ari, enn vit í grund­ini eiga at vera. Hóast mótstøðuliðini ofta eru styrkis­mett hægri enn vit, eru vit í heims­flokki á nøkrum økjum. Millum annað tá ið tað kemur til saman­hald, stríðs­vilja og takt­ iska disiplin. Før­oysk­ir spæl­ar­ ar eru á­byrgd­ar­f ull­ir, raskir, og teir vilja gera tað, sum er best fyri lið­ið. Sama um tað er í 7., 35. ella 80. minutti, sama um vit eru framman­f yri ella aftan­f yri. Tann disiplin­in er í heims­flokki. Og tá ið vit hyggja at øðr­um lið­um, sum vit hava spælt ímóti, og orsøk­ ini til, at vit hava fingið nøkur av teim­um góðu úrslit­u­num, so er tað eitt nú tí, at tey lið­ini slaka eitt sind­ur við disiplin­ini í pørt­um av dyst­inum. Tey missa kanska tolið, tíma okkum ikki so væl, tí vit eru ov strævn­ir. So kann tað henda, at spæl­ar­ar­nir leggja ov nógv fyri í á­lops­spæl­inum, tíma ikki so væl at

28 | ATLANTIC REVIEW spring 2026

renna heim at verja í seinna hálv­ leiki, og tá betrast okkara kjansur at gera mál. Tað er neyvan av til­vild, at vit í fjør skoraðu 8 av okkara 12 málum í seinna hálv­ leiki. Tí tá hava vit vart og verið væl skipað­ir, hava stríðst og spælt, hava verið treisk­ir og hild­ ið okkum til av­talur­nar, meðan mót­støðu­lið­ið er farið at sløsa eitt sindur og fer frá avtal­um. Vit halda okkum til okkara prin­sipp, og har eru vit í heims­flokki, og tað er tí, eg sigi, at 1 + 1 kann geva 3. ATLI: Og spælararnir hava eisini tik­ið tað til sín. Vit eru næstan kom­nir har til, at trúgvin upp á tað er so stór, at 1 + 1 = 4! Men eitt er, hvat vit halda, spælararnir skulu eisini vera við upp á tað, og tað, haldi eg, teir eru. Spælararnir hava skilt, at um vit fáa góð úrslit saman, so fær tann einstaki tað eis­ini. Tit eru fyrsta føroyska venjaratoymið í meira enn 15 ár. Hvønn mun ger tað? ATLI: Vit eru í Føroyum, og fót­bólts­ um­hvørv­ið er ikki størri enn eitt vist, tú kennir teir flestu, tú kennir bak­grund­ina, hvar teir hava spælt, og hvør typa teir eru. Vit kenna føroysk­an fót­bólt, hvaðani spæl­ ar­ar­nir eru, hvørjum um­støð­um teir koma úr, um teir hava vant í stormi í Suðuroy o.s.fr. Eg veit ikki, um vit skulu siga, at vit skilja før­ oysku fólka- og fót­bólts­sál­ina betur, tí tað haldi eg veruliga, vit gera. Føroyar hava luttikið í altjóða fót­bólti síðan 1988. Vit hava sæð allar lands­dyst­ir, sum Føroyar hava spælt. Tað er eisini ein fyri­ mun­ur. Og so er tað málið – tað er ein risa fyri­mun­ur at kunna sam­ skifta á føroysk­um. EYÐUN: Ja, málið hevur stóran týdn­ing. Nú er fótbóltur vorð­in so altjóða, og í fleiri feløgum í Føroy­ um tosar venjarin enskt – antin

tí hann sjálv­ur er út­lend­ing­ar, ella tí har eru út­lendsk­ir spæl­ar­ ar við. Sama ger seg galdandi í okkara granna­lond­um, har fleiri av okkara leikar­um spæla. Tí er tað ein fantastisk­ur framíhjá­rætt­ ur at kunna tosa før­oyskt – tað er okkara mál og hevur av­ger­andi týdn­ing fyri okkum allar. Hvat eyðkennir eitt sterkt venjaratoymi? ATLI: Eyðun skal helst hava ein lítlan sjoku­láta­punt kl. 10 og kl. 13, og so er frið­ur til um 20–21 tíðina. Nei tvætl! Vit siga ofta vanligt vit og skil. Vit hava virðing fyri meiningini hjá hvørjum øðrum, og nú hava vit arbeitt saman so leingi, at vit vita nokk so skjótt, hvat hin hugsar. So í síðsta enda er tað virðing, fót­bólts­faklig­heit, sum er nokk so lík og so kort­ini langt frá hvørjum øðr­um, tí hóast vit ynskja tað sama, so kunnu vit væl síggja tað upp á hvør sín máta, men enda við at verða samdir. EYÐUN: Tað snýr seg um at brúka fólk til tað, tey duga best. Bæði á vøll­inum og rundan um vøll­in. Um tú byrjar at førka tey burt­ur frá tí, sum tey duga best, so gevur tað minni meining fyri við­ kom­andi og gevur minni meining fyri toym­ið. So brúka styrkirnar hjá teim­um fólku­num, tú hevur. Vit eru ymiskar typur, Atli og eg og eisini hini, ið eru knýtt at lið­ num. Men um vit gera tað, sum vit duga best, og arbeiða saman, so stuðla vit hvørjum øðrum best. ATLI: Tað krevur nógv av Eyðuni at vera leiðari fyri 34 fólk, sum øll eru individual­ist­ar og hava eitt ego á stødd við Tórs­vøll. Tað skal vera pláss fyri øllum; m.a. tí at eg havi morgun­gron ella kann vera larmandi. Jamen, so lova vit hon­ um at tvætla býtt við spælar­unum


„Vit kenna føroysk­an fótbólt, hvaðani spæl­ar­ar­nir eru, hvørjum um­støð­um teir koma úr, um teir hava vant í stormi í Suðuroy o.s.fr. Eg veit ikki, um vit skulu siga, at vit skilja føroysku fólkaog fótbóltssálina betur, tí tað haldi eg veruliga, vit gera.“ Atli Gregersen, hjálparvenjari, A-manslandsliðið

ATLANTIC REVIEW spring 2026 | 29


eina løtu. Ella nú skal Jákup hava frið at sita í kamar­inum í nakr­ ar tím­ar og greina sítt video. Eg haldi, vit rúma nokk so væl tí, og rúm­lig­heit­in hjá Eyðuni er av­ger­ andi. Hvørjar eru tær størstu avbjóðingarnar, sum ligg ja fyri framman? EYÐUN: Okkara næsta stóra kapp­ ing er í heyst, tá ið vit skulu spæla Nations League. Vit skulu spæla seks dyst­ir, tríggjar úti og tríggjar heima. Og tá ætla vit at klára okkum so væl, sum tað ber til. Aftan á góðu úrslit­ini í fjør vilja vit fegn­ir byggja upp á tey, men um tað skal ganga eins væl og í fjør, so er nógv, sum skal ganga væl. Har­um­framt er tað eisini ein av­ bjóð­ing at halda fram við at ríða á hesi bylgju­ni, tá ið vit fara at spæla Nations League. Men tað stóra mál­ ið ... skulu vit siga tað, Atli? ATLI: Sjálvandi skulu vit tað! EYÐUN: Tað er at koma til eitt enda­spæl. Føroyskur fótbóltur hevur ikki verið í nánd av einum enda­spæli uttan í fjør, og tað er ó­trú­liga trupult at koma til eitt enda­spæl, tí kapp­ing­in um pláss­ ini er so hørð. Men vit fingu eitt sind­ur smakk­in fyri tí í fjør, so nú hugsa vit tankan. Vit skulu tora at droyma tað, og vit skulu fara eftir tí. Og bara fyri at undir­strika, hvussu torført tað er, so verður Noreg nú við í einum enda­spæli fyri fyrstu ferð í 25 ár, og saman­ bor­ið við okkum er tað eitt risa ítrótt­ar­land, um tú hugsar um talent­mongd­ina, talið á fót­bólt­ spælar­um og allar peng­ar­nar, sum eru í fót­bólt­inum har. Tá ið tú hevur sagt sovorðið hart, kanst tú kanska stúra fyri, at tað kann bara kiksa, men góðu úrs­lit­ini í fjør broyttu okkara

30 | ATLANTIC REVIEW spring 2026

hug­burð soleiðis, at vit nú kunnu hugsa og siga hart, at vit vilja til eitt enda­spæl. ATLI: Spælararnir trúgva 3000% upp á tað, og at vit báðir kunnu standa eftir og síggja út sum komiski Ali, havi eg tað fínt við! Eg sigi tað ikki bara, tí tað ljóðar væl. Eg haldi, at vit hava skyldu til at droyma so stórt sum yvirhøvur gjør­ligt og fara eftir tí, og so trúgvi eg fult og fast upp á tað. Men tað krevur nógv av okkum, FSF og ser­ liga leik­ar­unum.

ATLI UM EYÐUN Eyðun er øgiliga væl skipaður; hann hevur gott eyga fyri fót­bólt­ inum og fyri fólki. Tað er sjáldan, at tú hittir ein persón, sum hevur gott fót­bólts­eyga OG gott eyga fyri fólki. Hann dugir øgi­liga væl at merkja, hvørj­um bólk­ur­in hevur brúk fyri júst nú. Tað er ein fantastisk­ur egin­leiki. Og so er hann rúm­lig­ur, og í 2026 er tað forb..... gott!

„Tað er ótrúliga trupult at koma til eitt endaspæl, tí kappingin um plássini er so hørð. Men vit fingu eitt sindur smakkin fyri tí í fjør, so nú hugsa vit tankan. Vit skulu tora at droyma tað, og vit skulu fara eftir tí.“ Eyðun Klakstein, høvuðsvenjari, A-manslandsliðið

EYÐUN UM ATLA Atli er menniskjakennari, hann dugir at lesa fólk og eitt rúm av í einari handa­vend. Hann er sera fót­bólts­gløgg­ur, ikki minst tí hann sjálv­ur hevur spælt so leingi á høg­um stigi. Hann er forvit­in og fylgir væl við, og tað er sera hent. Hann er opin, livandi, út­vend­ur og stutt­lig­ur. Atli er ein typa, sum lætt fær sam­band við spælararnar, og hann er meira rundan um teir enn eg. So hann er onkurs­vegna trygd­in fyri, at vit hava teir við. Hann dugir væl at sann­føra og motivera teir, og tað er eisini ein lykil til, hví tað hevur gingið so væl hjá okkum.

FAKTA Eyðun Klakstein, f. 1972 (UEFA A), høvuðs­venjari hjá A-manslandsliðnum. Spældi 171 dystir fyri besta liðið hjá KÍ og skoraði 39 mál. Hevur verið venjari hjá KÍ, B36, Skála og Víkingi. Hevur eisini vant føroysku U17, U19 og U21 landsliðini. Atli Gregersen, f. 1982 (UEFA A), hjálpar­ venjari hjá A-manslandsliðnum. Spældi 593 dystir fyri besta liðið hjá Víkingi og GÍ og skoraði 26 mál. Atli hevur eisini spælt við Randers FC, Lyngby Boldklub og BK Frem í Danmark, umframt Ross County í Skotlandi. Hevur verið liðskipari hjá A-mans­lands­ lið­num og spælt 59 landsdystir. Hjálparvenjari hjá U21 landsliðnum.


Experience Faroese Brewing Visit Einar’s Distillery and the family brewery Föroya Bjór. Travel through 137 years of brewing legacy. Book your tour at

Einarsdistillery.com


The goal is the play-offs They took over after a turbulent and lackluster period. They agreed to two international matches, but since February 2025 Eyðun Klakstein and Atli Gregersen have been at the helm of the Faroese men’s national football squad as head coach and assistant coach, respectively


T

his is the first Faroese-­ born coaching team in over 15 years and their motto is ‘forward together’. That slogan permeates all their work on and off the pitch. Together with the players they have set tough standards and high goals. After the best ever results for the Faroese men’s team, making the play-offs was within sight last autumn. So they made it their goal: reaching the play-offs, all efforts will be focused there when Nation’s League starts in September.

WHAT A YEAR! When asked about the first year, both coaches admit it’s been challenging and a little chaotic. It was a task they never dreamed they would get and, while they consider it a great honour, it’s tough. They didn’t go in blind; however, they knew what was asked of them and the results speak for themselves. Of course, they also had to contend with being thrown into the public eye, a place they were both familiar with to a degree, but everyone has an opinion about the national team.

FROM U21 TO A TEAM That was the difference from their U21 experience. They were whisked from a position a little under the radar into the eye of the storm. It’s a fantastic feeling to work on a team that means so much to people, but that is also precisely the challenge, it means so much to so many.

Eyðun explains that the public tends to go easier on the U21 team. It’s somehow more legitimate to have strong opinions about the A team. Atli explains, ‘when the U21 has a slump the reaction is more ‘the young ones did their best’. With the national squad people expect results!’ The assistant coach also says that they were a little unrealistic, in terms of actual capacity. But they chose to believe 3000% every

“[It's] a wonderful privilege to be speaking Faroese, it’s our language and crucial for all of us.” Eyðun Klakstein, Head Coach, Faroe Islands Men’s National Squad

time. And people get onboard with that because in everything the Faroese do, we must be unrealistic if we are going to do anything at all. ‘It makes it fun to be here, especially when it works.’

COACHING IN FAROESE The team believes it matter that they are Faroese. They know all the players, their personality type and the conditions they grew up

playing. Whether they are used to a stormy pitch or not. Atli puts it as, ‘we understand the Faroese folk and football soul better.’ They have, of course, also seen every single international Faroese match since the country joined the fray in 1988. And then there is the language. They both consider it a huge advantage to communicate in Faroese. Often Faroese clubs have international coaches and players, that’s true in many places, for Eyðun it’s therefore, ‘a wonderful privilege to be speaking Faroese, it’s our language and crucial for all of us.’

THE CHALLENGE AHEAD The team is preparing for Nations League with three home games and three away. They want to build on last year’s results and get to the play-offs. How will they get there, together! The coaches explain that the squad makes 1 + 1 = 3. Each individual player is incredibly talented, but playing together makes them better and stronger than the odds say they should be. The squad is world class in some areas: solidarity, fighting spirit and tactical discipline. Faroese players are responsible and do their best by the team, no matter the score or whether it’s the 5th or the 85th minute. Last year’s results were, in part, down to statistically stronger teams letting their guard down. They grew impatient, stopped bothering with defense. It’s hardly by chance that the Faroese scored 8 of their 12 goals in second halves last year. It’s all down to grit and discipline.

ATLANTIC REVIEW spring 2026 | 33


FACTS Eyðun Klakstein, B. 1972 (UEFA A), Head Coach Faroe Islands Men’s National Squad. 171 fixtures for KÍ’s first team and scored 39 goals.

At the end of the day, what matters is that the players are on board. And they know that if the team secures a good result together, it’s a good result for each individual. Atli concludes by saying, ‘I think we have a duty to dream as big as possible and go for it, I believe wholeheartedly. But it’ll demand a lot of us, the federation and the players.’

Has coached: KÍ, B36, Skála and Víkingur, as well as the Faroese U17, U19 and U21 national teams. Atli Gregersen, b. 1982 (UEFA A), Assistant Coach Faroe Islands Men’s National Squad. 593 fixtures for the first teams of Víkin­ gur and GÍ and scored 26 goals. Atli has also played for Randers FC, Lyngby Boldklub and BK Frem in Denmark, as well as Ross County in Scotland. Has been captain of the Men’s National Squad and played 59 inter­ national matches. Assistant coach of the U21 national team.

34 | ATLANTIC REVIEW spring 2026


ULLVØRUHÚSIÐ Tórshavn’s most charming knitwear shop. Knitwear by Faroese Fashion Brands: Shisa Brand and Steinum. While on board, learn more about Faroese wool, sheep and knitting in the film ‘The Wool Islands’, featuring our shop and brands.

Niels Finsensgøta 27 Tórshavn IG / FB: ullvoruhusid ullvoruhusid.com


SKR I VAÐ H EV UR R E B E K K A M A N U E L A B E H R E N S M Y N DI R : T R Ó N D U R D A L S G A R Ð

Føroyskur stólur á heimsins størsta palli Eitt føroyskt listaverk, skapt úr ull og ljóði, hevur staðið á størsta altjóða pallinum, World Expo. ‚The Sea in Orca’, sum er skapt av sniðgevunum Guðruni Ludvig og Timothy Jacob Jensen saman við ljóðlistamanninum Jens L. Thomsen og verkætlanarleiðaranum Guðruni Rógvadóttir, sameinir sniðgeving, ljóðlist og tilfar í eina hægri eind, har tey, sum skoða verkið, ikki bara eygleiða, men sjálvi gerast partur av upplivingini

H

av og vindur. Hjarta­slátt­ur. At vera í móður­lívi. Grøð­ing og ein djúp­ur friður. So­leið­is siga fólk, sum hava upp­livað stól­in á heims­fram­sýn­ ing­ini, World Expo, sum er ein tann størsti fram­sýn­ing­ar­pallur­in í heim­inum. Sam­stundis er hes­in pall­ur eisini bæði valds- og týdn­ ing­ar­mikil. Eitt nú varð Eiffel­torn­ ið reist sum eitt fyri­bils verk í sam­ bandi við World Expo í 1889. Hyggja vit at listaverkinum, sum at síggja til ‚bara‘ er ein stól­ ur, klædd­ur við ull, er talan ikki bert um ein van­lig­an stól, men

ein sansalig­an lut. Eitt sam­tíð­ar­ lista­verk. Lista­verk­ið kall­ast ‚The Sea in Orca‘ og tekur støði í einum gerandis­luti. Tó er funktión­in í gerandis­lut­inum tikin burt­ur. Tú skalt ikki sita í stól­inum, men upp­ liva hann. Tað gert tú við at nerta við ull­ina á honum, meðan tú ert í oyra­búff­um. Í tí tú nertir við ull­ina, hoyr­ir tú ljóð­ið, sum ullin skap­ar. Á henda hátt verður tað tú, sum ert við til at skapa ljóð­ið.

STÓLURIN BER NÓGV BARNDÓMSMINNI Stólurin er sniðgivin av Guðruni Ludvig úr Guðrun & Guðrun,

sum hevur staðið fyri tí listar­liga hug­skot­inum og arbeiði­num við før­oy­sku ull­ini. Íblásturin til stólin kemur frá ein­um barn­dóms­minni hjá Guðruni Ludvig. Hon vaks upp í Grøn­landi, áðrenn hon fór í skúla. Familjan flutti ofta, tí pápin var timbur­maður og bygdi barakk­ir. Og hvørja ferð tey fluttu, var ein serlig­ur stól­ur, sum skuldi skrúv­ ast sund­ur og setast saman aftur. Stólur­in var ikki bara ein møpil. Hann var eitt ritual. Ein fastur lut­ur í einum lívi, sum annars var merkt av broyt­ing. Tá ið hugskotið skuldi mennast tekn­iskt og ergonom­iskt, varð

ATLANTIC REVIEW spring 2026 | 37


danski snið­gevin Timothy Jacob Jensen knýttur at sum sam­snið­ gevi, co-designer. Hann hevur arbeitt við konstruk­tión­ini, javn­ vág­ini og siti­kom­fort­ini, so stólur­ in kundi bera seg sum møpil uttan at missa sítt list­ar­liga út­trykk. Hetta sam­starv­ið hevði stóran týdn­ing fyri, at stól­ur­in kundi standa bæði sum lista­verk og sum brúk­ara­vin­ar­lig­ur lutur.

– TÁ IÐ MARKIÐ MILLUM LUT, MENN­ISKJA OG UMHVØRVI VERÐUR UPP­LOYST Ein liður í listaverkinum var ein film­ur, sum var ein inn­leiðsla

38 | ATLANTIC REVIEW spring 2026

av stól­inum. Guðrun og Guðrun ringdu í hesum sam­bandi til Jens L. Thomsen og greiddu frá, hvønn stem­ning tær vildu seta sum ljóð­ mynd, uttan ítøki­liga at koma við nøkr­um ljóð­list­ar­lig­um boði upp á, hvussu ljóð­ið skuldi vera. Um­framt at gera ljóð­mynd­ina til film­in menti hann eisini ljóð­mynd­ina í lista­verk­inum. Jens L. Thomsen endaði ikki bara við at skapa eina ljóð­mynd til film­in, men eisini við at menna lista­verk­ið víðari. Ullin skuldi ikki bara vera eitt visuelt og taktilt element, men eisini ein ljóð­kelda. Smá­ar mikrofon­ir, fjald­ar í stól­ inum, taka upp nert­ing og rørslu,

og hesar smáu friksjón­ir verða um­skapað­ar til eitt sjó­líkt ljóð­ land­slag. – Eg fór at upptaka sjálvan stól­ in. Eg koyrdi fingrarnar ígjøgnum ull­ina, og tað var heilt ótrúligt. Ljóð­ið, sum kom fram, ljóðaði sum sjógv­ur. Tað er ein máti at arbeiða við ljóði, har tilfarið sjálvt fær rødd, greiðir Jens L. Thomsen frá. Jens L. Thomsen er tóna­skald og ljóð­lista­maður, sum arbeið­ir á marka­mót­inum millum tón­leik, ljóð­list og inn­set­ing­ar. Í sín­um arbeiði kannar hann, hvussu ljóð, rúm og tilfar ávirka hvørt annað, og hvussu ljóð kann verða brúkt sum eitt krops­ligt og sansa­ligt element heldur enn einans sum tón­leik­ur, ið hoyr­ist. Í einum heimi, har list og upp­ liv­ing­ar ofta kapp­ast um okkara upp­merk­semi, fer ‚The Sea in Orca‘ eina aðra leið. Her er einki brús og eingin dramat­isk upp­bygg­ing. Ljóð­lands­lag­ið minnir um sjógv – endur­tak­andi, djúpt og frið­sælt – og gevur bæði kroppi og sinni rúm at steðga á, greiðir Jens L. Thomsen frá. Saman við formgevingini hjá Guðruni Ludvig og konstruktión­ ini hjá Timothy Jacob Jensen hevur ljóð­ar­beið­ið hjá Jens L. Thomsen verið av­ger­andi fyri, at ‚The Sea in Orca‘ stendur sum eitt saman­sett verk. Eitt verk, har eingin partur stend­ur einsa­mall­ ur, men har form­ur, konstruk­tión og ljóð ganga upp í eina heild, sum verður til í sam­bandinum millum menn­iskja, lut og sans­ir.

EIN KENSLA, SUM FÓR TVØRTUR UM LANDAMØRK World Expo, ella heims­fram­sýn­ ing­in, er ein av størstu al­tjóða fram­sýn­ing­um í heim­inum. Hon byrjaði við Great Exhibition of the Works of Industry of All Nations í


MeistaraDeildin

MENN

MeistaraDeildin

KVINNUR


40 | ATLANTIC REVIEW spring 2026


„Tú ert sjálv partur av upp­liv­ing­ini. Tú skapar hana. Tað er tað, sum ger hana universella.“ Jens L. Thomsen

1851 í London, har lond savnaðust at sýna fram list, hand­verk og nýggja tøkni fram í tí kenda Crystal Palace. Hetta varð byrjan­in til eina tradi­tión, sum síðani hevur sett síni spor í bæði arkitek­turi, vís­ind­ um og mentan­ar­søgu. Ein av kendastu heims­fram­ sýn­ing­unum var Exposition Universelle 1889 í París. Í sam­bandi við hana varð Eiffeltornið reist sum eitt fyri­bils tekn­iskt stór­verk – men tað gjørd­ist seinni eitt av sterk­astu súmbol­unum fyri bæði París og Frak­land. Hetta vísir, hvussu ein heims­fram­sýn­ing kann skapa var­andi mentan­ar­lig og arkitek­ton­isk merki. World Expo verður vanliga hild­ in fimta hvørt ár og varir í fleiri mánað­ir. Eitt er í sjálvum sær at verða boð­in til World Expo, annað er at megna at fáa jaliga móttøku og góð um­mæli. Tað megnaði ‚The Sea in Orca‘ av álvara. Tí listaverk­ ið vísti seg at vera eitt verk, sum nam fólk tvørtur um landamørk. – Í einum umhvørvi, har nógv kapp­ast um at verða sædd og hoyrd, kundi stilla verkið møgu­ liga drukn­að. Men júst hetta stilla vísti seg at vera tað, sum fólk

løgdu merki til. Í staðin fyri at fara skjótt fram­við steðgaðu vitj­andi eina løtu, greiðir Jens L. Thomsen frá. Eitt nú fingu tey nógva miðla­ um­røðu í Asia, umframt at tey eis­ini vórðu boðin á fund við fleiri ymisk­ar stovnar og fólk. Alt frá fólk­um úr heilsu­øki­num, tøkni, arkitekt­ar og lista­fólk vístu verk­inum stóran áhuga. Jens L. Thomsen heldur, at hetta hongur saman við, at verkið er so grund­ leggj­andi menniskja­ligt. – Tú ert sjálv partur av upp­liv­ ing­ini. Tú skapar hana. Tað er tað, sum ger hana universella. Eftir heimsframsýningina í Osaka varð ‚The Sea in Orca‘ boð­in víð­ari til Tokyo, har verkið varð sýnt fram í sam­bandi við til­tøk á donsku sendi­stovuni. Ferðin helt fram til Beijing, har verkið varð partur av einum størri listar­lig­um saman­hangi. Eis­ini her hug­tók verk­ið fólk. Tað, sum gekk aftur, var ikki ein ávís tulking, men ein kensla. – Vit hoyrdu tað sama aftur og aftur. At hetta var ikki bara ein stól­ur. Tað var ein uppliving av friði og grøðing.

YIN & YANG Fyri fyritøkuna Guðrun & Guðrun hevur tað altíð havt týdning at flyta seg. Ikki bara marknaðar- og handils­liga, men eisini listarliga. – Vit hava ongantíð ynskt bara at selt kommersielt. Vit hava altíð roynt at arbeitt við list og at flutt okkum, eisini hóast tað er ótrygt, sigur Guðrun Rógvadóttir, onnur helvt­in av Guðrun & Guðrun. Guðrun & Guðrun er frá byrjan bygt á tvær ymiskar styrkir og eitt greitt býti av leiklutum. Guðrun Ludvig er snið­gev­in og hevur sein­asta orð­ið, tá ið talan er um form, tilfar og list­ar­ligt út­trykk.

Hennara arbeiði er grundað á kær­ leika og virð­ing fyri føroysk­um siða­arvi og til­fari. Guðrun Rógvadóttir hevur hin­veg­in ábyrgd­ina av menn­ing, strategi og tí handils­liga arbeiði­ num. Hon hevur stað­ið fyri verk­ ætlan­ini sum heild, samskift­inum við sam­starvs­part­ar, fram­sýn­ing­ um og altjóða pall­um. Har­aftur­at hevur hon tryggjað, at verkið ‚The Sea in Orca‘ ikki bara varð verandi eitt list­ar­ligt eksperi­ment, men eisini setti kós út í heim.

HAVA SATSAÐ HØGT FRÁ BYRJAN Tá ið Guðrun & Guðrun byrjaðu fyri um­leið 24 árum síðani, vóru for­treytir­nar heilt aðrar enn í dag. Føroy­ar vóru ikki kendar fyri móta ella sniðgeving, og á altjóða pall­ inum var einki, sum æt ‚føroyskt brand‘. – Í 2000 hevði eg sæð Guðruna Ludvig gera ein jakka burtur úr før­oysk­um skinni. Eg hugsaði bein­an­veg­in, at hetta kon­sept­ ið var eitt, ið kundi menn­ast til nakað meira og størri. Tískil fór eg heim til hennara. Bankaði á hurð­ina, hóast eg ikki kendi hana, greið­ir Guðrun Rógvadóttir frá, sum altíð hevur havt ein íverk­set­ ara í búk­inum. Eftir hetta fóru tær spakuliga í gongd at finna skinn og arbeiða við hug­skot­inum um eina fyri­ tøku, sum selur før­oy­skt snið­ gjørd­ar vør­ur. Í fyrst­uni varð bert arbeitt um kvøld­ar­nar, um viku­skift­ini og í summ­ar­feriu­ num. Í 2002 søktu tær inn á sína fyrstu móta­messu í Keyp­manna­ havn, men í nógv ár var Guðrun & Guðrun ein síðu-verk­ætlan. Í 2007 broyttist støðan. Felag­ið fekk í­leggjar­ar uttan­eftir, og síðani fóru tær til arbeiðis í Guðrun & Guðrun fulla tíð.

ATLANTIC REVIEW spring 2026 | 41


Sostatt er talan um tveir ymisk­ar stól­ar. Stólin sum lista­verk­ið ‚The Sea in Orca‘, har funk­tión­in er tik­in úr lut­inum og ger hana til eina sansa­liga upp­liv­ing. Sum sølu­ vøra er stól­ur­in ein møpil, sum er ætlað­ur at standa í teim­um rúm­ um, har dygd, hand­verk og upp­liv­ ing ganga hond í hond. Hesi bæði spor­ini eru ikki mót­setn­ing­ar, men part­ur av somu hugs­an, sum er at tora at seta støð­ið høgt handils­ liga og list­ar­liga, sigur Guðrun Rógvadóttir at enda.

„Vit hava ongantíð ynskt bara at selt kommersielt. Vit hava altíð roynt at arbeitt við list og at flutt okkum, eisini hóast tað er ótrygt.“ Guðrun Rógvadóttir

Men frá byrjan gjørdu tær púra greitt, at tær vildu ikki leggja seg lágt. Guðrun & Guðrun skuldi ikki vera eitt bíligt alternativ ella eitt lokalt kurios­um. Tær vildu seta støð­ið. Heldur enn at laga seg eftir væntan­um valdu tær at standa fast við egið út­trykk og virði. Hesin hugburð­ur hevur fylgt teim­um líka síðani. Tað er sama sjálvs­álit og sama treiskni, sum hevur bor­ið brand­ið fram til eitt al­tjóða viður­kent brand.

FRÁ LISTAVERKI TIL SØLUVØRU Í einum heimi, har nógv skal síggj­ast, hoyrast og skiljast beinan­ vegin, fer lista­verk­ið ‚The Sea in

42 | ATLANTIC REVIEW spring 2026

Orca‘ eina aðra leið. Tað krevur einki av tær, annað enn tíð og nær­veru. Og júst har ligg­ur styrk­in og er helst orsøk­in til, at stól­ur­in hevur hug­tik­ið fólk kring allan heim. – Tað, sum byrjaði sum eitt at síggja til nissju­hug­skot, hevur víst seg at røkka nógv longri, greið­ir Jens L. Thomsen frá. ‚The Sea in Orca‘ er eitt lista­verk, men tað er eisini út­gangs­støð­ið fyri eina til­vitaða vøru­menn­ing. Guðrun & Guðrun fer nevni­liga at víðka um sítt virk­semi og selja stól­ar grundað­ar á lista­verk­ið. Tó verða teir stól­ar­nir fram­leidd­ir uttan inn­bygd­ar mikrofon­ir og ljóð, sum eyð­kenna lista­verk­ið.


National Gallery of the Faroe Islands OUR REGION OF EXPERTISE

AUDITING ACCOUNTING TAX ADVISORY In order to foresee the future you must know the past.

WWW.JANUAR.FO


Faroese chair on the world’s biggest stage The Faroese artwork The ‘Sea in Orca’ was recently exhibited at World Expo in Osaka. It’s a sublime marriage of design, sound art and material, which invites spectators in to become part of the artistic experience


‘O

cean and wind. Heartbeat. Lying in the womb. Healing and deep peace,’ is how visitors to the World Expo describe experiencing ‘The Sea in Orca’. The piece was co-created by designers Guðrun Ludvig and Timothy Jacob Jensen, along with sound artist Jens L. Thomsen and project leader Guðrun Rógvadóttir, It looks like a chair draped in wool, but it’s a sensory object. A piece of contemporary art not meant for sitting, but experiencing. Put the attached headphones on, run your fingers through the wool and listen, you are the co-creator.

A SEAT OF CHILDHOOD MEMORIES Guðrun Ludvig, one half of wool design brand Guðrun & Guðrun, is behind the initial concept. She was inspired by her early childhood in Greenland. Her father was a joiner. Every time they had to move to the next building site, there was one particular chair he would take apart and then rebuild. It became ritual more than furniture. One fixed object in a life in flux. Danish designer Timothy Jacob Jensen joined the creative process to work on construction, balance and comfort. He made sure the artwork could hold is own as furniture without losing artistic expression.

DISSOLVING BOUNDARIES Guðrun and Guðrun brough Jens L. Thomsen in to create the sound for a film to introduce the chair. In the end, Jens went beyond the brief and developed the piece

further. For him the wool was more than a visual and tactile element, it was a sound source. Little microphones hidden in the chair now record touch and movement and these minute frictions are transformed into an oceanic soundscape. ‘I started recording the chair itself. Running my fingers through the wool, it was incredible. [It] sounded like the sea,’ Jens explains. As composer and sound artist, his approach was to give the material itself a voice. In a world where art and experiences often compete for our attention ‘The Sea in Orca’ is different. No dramatic buildup, just an oceanic soundscape — repetitive, deep and tranquil — inviting body and mind to pause. This is a piece where form, construction and sound gather into a whole connecting human, object and senses.

A QUIET THAT CROSSED BORDERS World Expo takes place every five years. One thing is receiving an invitation, another is achieving positive critique. ‘The Sea in Orca’ was a resounding success. It touched people. ‘This quiet piece could have drowned. But it turned out that the quiet caught people’s attention. Instead of rushing past, visitors stopped for a while,’ Jens explains. The artwork received a lot of media coverage in Asia and attention from sectors such as health, technology, architecture and art. Jens puts this down to the fundamental humanity of the work, ’You’re part of the experience. You create it. That makes it universal.’ Since the World Expo the piece has been on display in Tokyo and Beijing.

YIN & YANG For Guðrun & Guðrun it was always important to move. Not just as a business, but also artistically. ‘We never only wanted to sell commercially. We’ve always tried to work with art,’ says Guðrun Rógvadóttir, the other half of Guðrun & Guðrun. The duo draws on separate strengths. Guðrun Ludvig is the designer with final say on artistic expression. Her work is based on her love and respect for Faroese tradition and material. Guðrun Rógvadóttir is responsible for development and business strategy. She was in charge of the art project ensuring communication between designers, exhibitions and international platforms. And she has made sure that ‘The Sea in Orca’ will move beyond artistic experiment into the world.

FROM ARTWORK TO DESIGN PRODUCT ‘The Sea in Orca’ is a work of art and also a starting point for product development. Guðrun & Guðrun will expand their range to sell chairs based on the piece, but without microphones and the sound that characterise the artwork. We are talking two different chairs. The chair created as work of art with the function stripped from the object turning it into a sensory experience. And the chair designed as furniture for rooms where quality, craft and experience go hand in hand. ‘These two tracks are not in opposition, but parts of the same mindset, which is about daring to set a high standard artistically and commercially,’ Guðrun Rógva­dóttir concludes.

ATLANTIC REVIEW spring 2026 | 45


YOUR FIRST FAROESE EXPERIENCE

Discover Faroese design, natural wool, outdoor gear, bike rentals and guided tours in the heart of Tórshavn.


Wool is the heart of Sirri

Find us here: Skálatrøð 18, Tórshavn


S K R I VA Ð H AVA A N N A M A R I A DA M Z I S K A & DAG M A R M A L EN A W I N T H ER M Y N D I R: S Ú S A N N A S M I T H J O H A N S EN

Zacharias Heinesen 90 ár og við pensli í hond Listamálarin Zacharias Heinesen hevur fingist við list nærum alt lívið. Í vár rundar hann tey 90, og hann mennir seg framhaldandi listaliga og hevur nógvar spennandi ætlanir fyri framtíðina. Í sambandi við runda dagin hava vit fingið orðið á Zacharias um lívið, listina og framtíðar verkætlanir

A

t Zacharias Heinesen skuldi gerast listamaður var ikki óvæntað, tí listaligu evni hansara komu longu til sjóndar, tá ið    hann var smádrongur og gekk í Nonnu  ­skúla­num í Havn. Hann er fødd­ur í Havn 19. mai í 1936 og fyllir sostatt 90 ár nú í vár. Zacharias er sonur Elisu Heinesen (fødd Johansen) og fjøl­lista­mann­in William Heinesen og er vaksin upp í skap­andi um­hvørv­inum undir Varða í Havn. Eftir barnaskúlan fekst Zacharias nógv við at skera í træ og gera træskurðir. Um hetta mundið spurdi pápin synir­nar, hvat teir vildu gera, tá ið teir gjørdust vaksn­ ir. Zacharias svaraði, at hann vildi arbeiða við træi. Hann fór tí í læru sum møplasnikkari og varð út­lærd­ ur, tá ið hann var 18 ár. Hugurin til at arbeiða við træi sæst eisini aftur í list­ ini, tí Zacharias Heinesen hevur gjørt fleiri spennandi verk úr rekaviði.

– Av og á, tá ið eg eri úti á bygd, fari eg oman í fjøruna og viti, um eg finni nakrar rekar. Nú eri eg eisini hand­verk­ari, so byrji eg at seta tað saman, og tað verður so eisini til eitt bílæt. Tá havi eg bara valt litir­nar, og so skeri eg kanska eitt sindur í træið og seti tað saman. Tá er tað í roynd og veru mosaikkur, mosaikk­saman­sett. Mær dámar tað øgiliga væl, og kanska tað er tað besta, sum eg havi gjørt. Nøkur ár eftir lærutíðina sá ungi listamaðurin eina lýsing í bløðunum frá Myndlistaháskúlanum í Íslandi, sum bjóðaði einum føroyskum næmingi á skúlan. Zacharias søkti og slapp inn. Hann gekk á Mynd­lista­ skúla­num í Íslandi í 1957–1958 og hevur góð minni frá tí tíð­ini. – Eg gekk á málaraskúlanum, og so lærdi eg eisini grafikk og myndahøgging. Lærarin hjá mær æt Sigurður Sigurðs­son, og í grafikki var tað Bragi Ágeirs­ son. Tað var ein øgiliga góð tíð – upp á ein máta var tað tað besta árið, eg var í læru.

ATLANTIC REVIEW spring 2026 | 49


Árið eftir, í 1959, fluttu Zacharias og konan Sylvia til Keypmannahavnar, har hann fór undir útbúgving á Kongaliga Kunstakademiinum. Har lærdi Zacharias undir danska málaranum Niels Lergaard og varð liðugt útlærdur í 1963.

LISTIN BURTURAV Zacharias greiðir frá, at sum nýútlærdur seldi hann ikki nógv og kundi ikki liva av at mála, men hetta broytt­ist við tíðini. Ein, sum hevði stóran týdning í tí sam­ bandi, var táverandi stjórin í Føroya Banka, Sv. Aa. Nonnegaard-Pedersen. – Tá var vanligt, at tá ið bank­in skuldi geva eina gávu í sam­bandi við eitt há­tíð­ar­hald ella líkn­ andi, so keypti bankin ein vasa úr konga­lig­um posta­líni. Men tað broytti Nonnegaard til, at tað skuldu vera málning­ar. So tað bleiv soleiðis, at fleiri lista­fólk kundu liva av at mála. Tá ið Zacharias og Sylvia vóru flutt inn í egin hús undir Varða, fóru fólk eisini at ringja heim til teirra við fyri­spurn­ing­um um at keypa máln­ing­ar frá Zachariasi, og skjótt gjørd­ist list­in livi­breyð­ið. Umframt at fjøl­broytta listin hjá Zachariasi hong­ur í bæði lista­søvn­ um og nógv­um privat­ um heimum í Føroy­um og uttan­lands, hevur hann eisini gjørt fleiri stór­ar list­prýð­ing­ar. List­prýð­ing­ ar­upp­gávuna, sum hann er glað­ast fyri, fekk hann longu í 1958: at list­prýða Hotel Føroyar, sum tá var á Kongabrúnni. Zacharias fortelur, at pápi hans­ara, William, hevði upp­runa­liga fingið upp­gávuna, men hevði latið hana víðari til sonin: – Teir, sum vóru í nevndini, skuldu koma at hyggja at myndu­num, men William hevði gloymt at sagt, at eg hevði gjørt prýð­ing­ina. So hann kom oman við, og so skuldi hann eisini standa við einum pensli, minnist Zacharias skemti­liga aftur á.

50 | ATLANTIC REVIEW spring 2026

Í dag hongur ein av størru myndunum frá prýð­ing­ini, sum var fyrsta listprýðingin hjá Zachariasi, á Hotel Føroy­um við Oyggjarvegin.

LJÓS OG LITIR Ljós, litir og abstraheraðar kompositiónir eyðkenna list­ina hjá Zachariasi Heinesen. Zacharias greiðir frá, at hon­um dámar væl at mála ljósar myndir, sum eru góðar fyri sinnið. Hann hevur eyga fyri ljósi og ymisku ljós­brigd­unum, ið skyggja og speglast aftur á sjógvi, senda aftur­skin frá húsa­ veggj­um og fjalla­síð­um. Ljós­ið spæl­ir sær allan dagin, og tað er skift­andi, hvar ljósið rakar, hvat er í skugga, og hvør flata kastar ljós aftur. Í myndunum hjá Zachariasi Heinesen eru ymisku ljósstyrkirnar og afturskinið við til at byggja myndir­nar upp – flatu fyri flatu. Viðhvørt við bein­leiðis ljósi, aðrar tíðir sum óbeinleiðis ljós. Litir­nir eru eisini við til at stuðla undir upp­bygnað­in av ljósi og flat­um í máln­ ing­um hansara. Mynd­ir­ nar eru ofta bygdar upp av nógv­um lit­felt­um, ið til­samans skapa eina saman­hang­andi komposi­ tión. Zacharias brúk­ar nógvar litir, og ofta eru litir­nir blandaðir heldur enn reinir litir. – Onkur blettur kann vera við reinum litum, sum korresponder­ar við ein annan blett. Tað er ofta tað, at tað skal korrespondera, at tú fyllir bílætið út, soleiðis at alt er ein eind. Tað dámar mær væl at gera. Sterku litirnir, ið tita fram ymsastaðni á løriftinum og hava samband hvør við annan, skapa ein spenning, ið er við til at halda myndini saman.

ABSTRAKTIÓN OG SKAP Myndevnini hjá Zachariasi Heinesen fevna breitt frá 50’unum og fram til í dag. Í teimum fyrstu mynd­unum


barna- og ungdómsbøkur á føroyskum um allan heim

Hólm Corporate Finance Hólm is an independent Corporate Finance firm working in the Faroe Islands and the Nordic region. We harness our local insights and global expertise to offer tailored consultancy on Mergers and Acquisitions, financial restructuring, debt advisory and other areas of Corporate Finance. We are here to discuss how we can add value to your ideas.

Vilt tú eisini lýsa í ATLANTIC REVIEW? Set teg so í samband við okkum á atlanticreview@atlantic.fo

Hólm Corporate Finance holm@holm.fo J.H. Schrøtersgøta 13 100 Tórshavn Faroe Islands


52 | ATLANTIC REVIEW spring 2026


hjá Zachariasi síggja vit geometrisk skap og upp­bygnað­ – Tað er mest Cézanne, eg havi styðjað meg til. Hann ir – viðhvørt eisini við figurum. mátti uppfinna sín egna stíl. Í fyrstuni málaði hann Ein tann fyrsti málningurin, sum Zacharias málaði, heldur keðilig bíløt, men so fann hann út av tí og gjørd­ tá ið hann var blaðungur, um 10 ára aldur, var ein ist ein rættiligur meistari. So eg havi hugt nógv, nógv nær­um heilt abstraktur málningur. Henda barna­ eftir honum, sigur Zacharias við einum smíli. mynd­in ber boð um ein djarvan listamann, tí hetta Íblásturin frá fronsku málarunum sæst eisini aftur var eini 15 ár, áðrenn tær fyrstu veruliga abstraktu í mynd­unum hjá Zachariasi, har litirnir og lit­flatur­nar mynd­ir­nar fóru at síggjast í føroyskari list. hava ein høvuðs­leik­lut í uppbygnaðinum av mynd­ Best kendu málningarnir hjá Zachariasi eru helst evni­num. abstra­heraðu landslags­myndirnar. Zacharias hevur Listin hjá Zachariasi verður eisini ofta sett í sam­ funn­ið mynd­evni nógvastaðni í Føroyum og hevur band við listina hjá pápanum, William Heine­sen. Teir ser­liga málað nógv norðanfyri, men eisini eru fleiri báðir høvdu ofta tætt samstarv, til dømis við list­prýð­ mynd­ir úr Mykinesi og Suðuroy. Geometriska upp­ ing­ini hjá Williami í Auluni í Kommunu­skúla­num bygnað­in frá fyrstu myndunum (nú Finsen), tá ið Zacharias hjálpti síggja vit eisini í lands­lags­mynd­ honum nógv við timbur­arbeið­inum. unum. Tað eru serliga fýrkantað Summar av eldru myndunum eftir og trí­kantað skap, ið ganga aftur Zacharias bera eisini brá av ævin­týr­ og endurgeva hús og bygn­ing­ar, kenda heimi­num hjá Williami, tá ið tekjur, skip, fjallasíður og sjógv. undranarsamar verur, drotn­ing­ar Zachariasi dámar væl, at okkurt og kongar verða avmyndað í skreyt­ afturkenniligt er, hóast mynd­ir­nar mynd­um. Á sama hátt sum Cézanne hava abstraktan dám. mátti Zacharias uppfinna sín egna „Eg vil fegin vera – Eg vil fegin vera abstraktur stíl. Heldur enn at ganga í fóta­spor­ abstraktur málari, men málari, men eg haldi, at tað skal unum hjá pápanum vildi Zacharias vera okkurt aftanfyri eisini. Tað fara egnar leiðir og vera yrkismálari eg haldi, at tað skal vera kundi verið eitt motiv; í seinastuni eins og Sámal Joensen-Mikines og okkurt aftanfyri eisini.“ hevur tað ofta verið útsýnið her úr Ingálvur av Reyni, tó við sínu heilt Havn­ini. Men eg geri tað so abstrakt egnu til­gongd til máln­ing­in. Zacharias Heinesen sum møguligt. Zacharias fylgir framvegis væl Abstrakti dámurin gevur mynd­ við í føroyska og út­lendska lista­um­ unum flog og ger, at mynd­evni­ni hvørv­inum og heldur nógv av yngru fara at snúgva seg um ljós, litir og lista­fólkunum í Føroy­um. kom­posi­tión. – Eg haldi, tey (ungu, blaðkv.) Spurdur, um tað er nakað av eru ótrúliga dugnalig, og tey síggja hans­ara listaverkum ella prýð­ing­ alt upp á ein annan máta, enn vit um, sum hann er serliga glaður fyri, gjørdu. Mær dámar øgiliga væl alt, var hann skjótur at svara, at hann sum tey gera, og kanska hevði eg er øgiliga glaður fyri máln­ing­in, hann hevur gjørt av ynskt, at eg hevði verið eitt sindur meira fríur eins mammu síni. Máln­ing­ur­in fekk eisini góð skotsmál og tey, tí eg haldi, at nógv teirra eru øgiliga frí og frá donskum um­mælar­um. Málningurin eitur ‚Móðir dugnalig. listamansins‘ og er málað­ur í 1992. Myndin vísir mammuna, Elisu, sum situr á einum bonki. Myndin NÓGV NÝGGJ HUGSKOT Í UMBÚNAÐ er rættiliga abstrakt, men persón­leik­in lýsir ígjøgnum myndina. Tað glógvar í eygunum hjá Zachariasi við hugskotum og eld­huga, tá ið vit spyrja hann, hvørjum hann arbeiðir við í løtuni, og hvørjar ætlanir hann hevur LISTALIG ÁVIRKAN komandi tíð­ina. Zacharias er júst afturkomin úr Listaliga er Zacharias serliga ávirkaður av post-im­press­ London, har hann hevur vitjað dóttrina og arbeitt ion­istisk­ari list úr Fraklandi og nevnir málarar sum meir við nøkrum spenn­andi myndum, sum eftir ætlan Cézanne og Gauguin, umframt tann niðurlendska Van skulu sýnast fram í London. Zacharias greiðir frá, at Gogh, sum høvuðsíblástrarkeldur. hann hevur fleiri nýggj­ar tankar og ætlanir í huganum.

ATLANTIC REVIEW spring 2026 | 53


Millum máln­ing­ar­nar, hann arbeiðir við í løtuni, eru púra abstraktar kom­posi­tión­ir. Út frá hesum abstraktu myndunum sær hann figurativ element, ið hann vil draga fram aftur úr abstraktu flatuni. – Nú havi eg fyri tað mesta gjørt landsløg, men upp á ein máta føli eg meg ikki sum ein landslagsmálara. Eg havi nokk so gott hugflog, men eg brúki tað als ikki nógv. Nú fari eg at royna at gera tað eitt sindur. Tað tykist, sum at tann nærum heilt abstrakti máli­ hátt­ur­in hjá unga listamanninum er við at vinna fram aftur á nýggjan hátt við gjølla umhugsaðum komposi­ tión­um og fríum hugflogi. Tað verður spennandi at fylgja listaligu kósini hjá Zachariasi komandi árini, tí hann hevur nógv nýggj hug­skot bæði til myndevni, uppbygnað og tilfar. Ein onnur spennandi mynd, sum Zacharias Heinesen hevur í huga at gera, er burtur úr heldur óvanligum til­fari. Nevni­liga tómum málingatupum úr metalli. Zacharias sker ofta tupurnar upp, tá ið tær eru um at

54 | ATLANTIC REVIEW spring 2026

vera tóm­ar, fyri at fáa alla málingina úr. Síðani boygg­ ir hann tær til flatar plátur. – Pláturnar goymi eg framvegis, so her havi eg tilfar til eitt veldigt bílæt, skuldi tað verið. Og tað gleði eg meg at fara í holt við.

Visti tú, at … Zacharias Heinesen fekk Mentanarvirðisløn Landsins í 2006? Zacharias Heinesen hevur myndprýtt føroysku pengaseðlarnar? Zacharias Heinesen er elsta núlivandi yrkislistafólkið í Føroyum? Í 1986 fekk Zacharias Heinesen Henry Heerups gávufæ Zacharias Heinesen hevur sýnt fram bæði í Føroyum og útlondum, og málningarnir eru at finna á stórum søvnum, so sum hjá Listasavni Føroya og Statens Museum for Kunst.


Beinleiðis til París upp til tríggjar ferðir um vikuna frá apríl til oktober.

Keyp ferðina á atlantic.fo


Zacharias Heinesen at 90 brush in hand Faroese painter Zacharias Heinesen has created art his whole life. This spring he celebrates his 90th birthday as he continues to develop and plan new projects

Z

acharias Heinesen’s talent came to expression early on in woodcuts, and he originally apprenticed as a furniture maker. The artist was born into a creative home to Elisa Heinesen (b. Johansen) and writer and visual artist William Heinesen. Though he is best known as a painter, Zacharias considers his mosaic driftwood compositions some of his finest work. The path to painting began in 1957 with a year at the Reykjavík School of Visual Arts, where he learned from Sigurður Sigurðsson and Bragi Ágeirsson. The following year he moved to Copenhagen with his wife Sylvia to study at the Royal Danish Academy of Fine Arts. There he was taught by Niels Lergaard.

another. These bold pure colours create connections and a tension that holds the whole together.

PROFESSIONAL ARTIST

ARTISTIC INFLUENCE

The couple returned to the Faroe Islands and initially Zacharias could not live off his art. He credits Svend Aage Nonnegaard-Pedersen with supporting him and fellow artists to make the transition to full-time creators. The then bank director changed Føroya Banki’s policy from giving vases when the bank needed to provide a gift, to gifting Faroese art. In addition to selling paintings to museums and private collectors, Zacharias has been commissioned to decorate major works in the Faroe Islands with art, one of them was Hotel Føroyar.

The artist cites his main influences as Van Gogh and the French post-impressionists Gaugin and Cézanne, particularly the latter for inventing his own style: ‘Initially he [Cézanne] painted quite boring images, but then he figured it out and became a true master. So, I have looked at him a lot, a lot,’ Zacharias smiles. The French influence shows in how the Faroese artist allows colour and colour surfaces to take centre stage when constructing his subjects. Zacharias’ art is at times associated with that of his father, William Heinesen. They worked closely on some pieces, such as the imposing mosaic inspired by the Sigurd Ballads, which adorns the hall at the student residence and art studio space Finsen, a former public school. Zacharias did much of the woodwork on this piece, and some of his earlier works have an air of his father’s fairy and folk tale inspired universe. However, like Cézanne, Zacharias invented his very own approach to painting. The doyen of Faroese art keeps a keen eye on what is happening among young artists locally and globally. ‘Many of them are incredibly free and talented’, Zacharias muses, and concedes he wishes he had taken a little more freedom in his work.

LIGHT AND COLOUR Light, colour and abstract composition characterise Zacharias’ work. He favours bright paintings as they are good for the mind, and he has an eye for light and its reflections in nature and built facades. In Zacharias’ paintings, light is vital. Varying intensities of light and reflection build his images – plane by plane. His compositions are often made up of myriad colour fields coming together as a whole. He uses multiple hues, mixed rather than pure, though he occasionally leaves a dab of pure colour to correspond with

ABSTRACTION AND SHAPE Zacharias’ best-known canvases are abstract landscapes. He draws subjects from around the Faroe Islands, particularly the north. Geometrical structures recur in the landscapes, square and triangular shapes depict houses, buildings, hillsides and sea. Zacharias favours a degree of recognisability. ‘I want to be an abstract painter, but also think there should be something behind it. That something can be a motif; in recent years often the view here in Tórshavn. But I make it as abstract as possible.’

ATLANTIC REVIEW spring 2026 | 57


“I have a lively imagination, but I haven’t used it much, I’ll be doing that more now.” Zacharias Heinesen

Did you know… Zacharias Heinesen was awarded the Faroese Culture Prize in 2006? Zacharias Heinesen designed the Faroese bank notes? Zacharias Heinesen is the oldest living professional visual artist in the Faroe Islands? In 1986 Zacharias Heinesen was awarded the Henry Heerups Grant Zacharias Heinesen has exhibited at home and abroad. His paintings are part of several major collections, including at the National Gallery of the Faroe Islands and the National Gallery of Denmark.

PLENTY OF IDEAS Zacharias’ eyes twinkle when asked about his plans. He just returned from London where he was working on pieces for a display. He has a wealth of new ideas, including moving away from landscapes to pure abstracts, ‘I have a lively imagination, but I haven’t used it much, I’ll be doing that more now.’ He also has an alternative in medium in mind. Zacharias cut up his paint tubes to get at the last drop out, then flattens them to sheets, ‘I’ve kept them, so I have enough material to make a monumental piece, if I want to go that big. I look forward to getting started on it.’

58 | ATLANTIC REVIEW spring 2026


INTERNATIONAL MARITIME EXHIBITION

2026

KLAKSVÍK FAROE ISLANDS

183 COMPANIES REPRESENTING 15 COUNTRIES EXHIBITED IN 2024

fair.fo

STATE OF THE ART

AW 139 & A320 SIMULATOR CENTRE Our state-of-the-art simulator centre with the newest AW139 and A320 simulators provides a realistic and immersive training experience, including aircraft type-rating and SAR & Hoist training in our new facilities in the Faroe Islands.

atlanticairways.academy

GRA F IA

19-21 MAY

Increase your business network


Mynd: Thomas Koba


S K R I VA Ð H E V U R PÆ T U R H JA L M A R E V EN S S O N

Tonik: Ein byrjanarpallur fyri fram­fýsni Fyri fjórðu ferð verður skipað fyri ráðstevnuni Tonik, sum sameinir nýskapan, tøkni og list. Vit hitta Greg Worley, sum er ein av stigtakaranum, og íverksetararnar Heina Zachariassen og Ritu Anson, ið seta orð á týdningin av eini ráðstevnu sum hesari

‚H

vat er mítt ‚legacy‘ í Føroyum?‘ Henda spurningin setti bretin Greg Worley sær sjálvum fyri nøkr­ um árum síðani. Hann var komin úr bretsku rivier­ uni til lítla føroyska samfelagið, her øll kenna hvør annan, og mót­setning­ar­nir millum heimbýin Torquay og Leir­vík vóru stórir. Fyrsta tíðin var eitt sindur trupul, sum tað jú ofta er, tá ið tú flytur til eitt nýtt land. Men við tíðini fór hann at síggja Føroyar við nýggj­ um eyg­um. Tá ið familjan úr Onglandi kom at vitja, undrað­ust tey á, at fólk heilsaðust á gøtuni, og at børn bara kundu reika frítt úti í bygdini og náttúruni. Við hes­um varnað­ist hann, hvussu serligt hetta samfelagið í roynd og veru var. – Eg vildi geva okkurt aftur til hetta staðið, sum hevur givið mær so nógv. Skapa okkurt, sum kundi gera mun, fortel­ur Greg Worley, sum hevur føroyska konu og arbeið­ir í einum av skjótast vaksandi tøkni­ fyri­tøku­num í Føroyum. Úr hesum tankanum varð hugskotið um Tonik føtt. Ein ráðstevna, har íverksetarar, fyritøkur og íleggjarar kunnu hitt­ast í Føroyum fyri at knýta sambond og tosa um nýggjastu rákini. Tonik hevur nú trý ár á baki, og í mai í ár fer fjórða Tonik av bakkastokki í Silo á Vestaru Bryggju í Havn.

Fyri­skip­ar­ar eru Hugskotið, Vinnuframi, Íverksetara­ hús­ið, Fram­tak og Tilfeingis- og vinnumálaráðið. Tað, sum byrjaði sum ein hálvørur dreymur hjá Greg Worley og hinum fyri­skip­ar­unum, er í dag vorðið eitt aftur­vend­andi altjóða tiltak við íblástri frá eitt nú TechBBQ í Keyp­manna­havn og Slush í Helsinki, men við støði í ser­før­oysku mentan­ini. – Vit sóu ein tørv á at vísa heiminum, hvat Føroyar hava at bjóða fyrst og fremst av tøkni, men eisini list. Stigið er sera høgt, og tí ber til at siga, at Tonik er eitt há­tíðar­hald fyri, hvat skarar framúr í Føroyum – sum ikki bara er náttúran, sigur Greg Worley.

NÓGV KANN FÁAST BURTURÚR Skráin til ársins Tonik er fjølbroytt og fevnir um eitt nú fyrilestrar, pallborð, netverkan, list og veitslu. Um vit skulu taka okkurt burtur úr rúgvuni, kunnu vit nevna sonevndu pitch-kappingina, ið snýr seg um at leggja fram hugskot á palli fyri íleggjarum og ser­ frøð­ing­um. – Kappingin er ein upplagdur møguleiki hjá smærri vinnu­rek­andi at venja seg at tosa framman fyri á­skoðar­um. Tað er týdningar­mikið at duga, tá tú skalt vaksa. Ser­liga tá ið tú vilt vekja ans hjá møguligum sam­starvs­feløg­um og ikki minst íleggjarum, greiðir Greg Worley frá.

ATLANTIC REVIEW spring 2026 | 61


Mynd: Finnur Justinussen

g re

rle Wo

y

– Yvirhøvur er Tonik ein góður møgu­leiki at vísa seg, sínar tæn­ ast­ur og sín sam­ leika fram. Men í grund­ini kunnu øll kunnu brúka Tonik, sum tey vilja. Tað er upp til ein sjálvan, hvat fæst burt­ur­úr, sigur hann. Ein stór­ur part­ur av ráð­stevn­uni er pall­ur­in við gesta­røð­ar­um. Hetta eru fólk úr vinnu­lív­inum við al­ tjóða roynd­um, sum tosa um okkurt ávíst evni, og her kunnu lut­takar­ar­nir fáa góð ráð og íblástur. – Allir røðararnir eru ikki neyð­turvi­liga við­kom­ andi fyri teg og tína fyritøku. Men kanska tveir fyri­ lestr­ar motivera teg ella koma óvart á. Um so er, er tað væl­eydnað, sigur Greg Worley og leggur aftrat: – Við teimum mongu ymsu røðarunum, vit hava í ár, ivist eg ikki í, at har er okkurt fyri øll. G

62 | ATLANTIC REVIEW spring 2026

HEINI FER AT HUGLEIÐA UM VITLÍKI Ein av teimum, sum skulu røða, er føroyski seriuíverk­set­in Heini Zachariassen, sum vit millum annað kenna sum stovnara av heimskendu vínappini Vivino. Hann fer at samanbera programmering áðrenn vit­líki og programmering við vitlíki. – Hvussu var tað at byggja Vivino við risastórum dátu­bas­um uttan vitlíki, og hvussu er tað broytt í dag? spyr Heini og svarar: – Alt er vent á høvdið. Í dag byggja vit eina skipan, sum upp á nógvar mátar minnir um Vivino, men vit gera tað heilt øðrvísi. Eg fari at hugleiða um, hvussu nógv tað er broytt. Aftrat hesum fer hann at tríva í hugtakið ‚moat‘, sum í vinnu­lívinum snýr seg um, hvussu tú verjir teg ímóti uttan­hýsis avbjóðingum – nakað sum ein gryvja rund­an um eina borg. Eisini eitt, sum er fullkomiliga broytt seinastu árini. Tað, sum fyrr var moat, er ikki moat longur. – Fyrr var programmering moat. Men nú kunnu øll gera tað eftir ongari tíð, sigur hann.


Beinleiðis til

LONDON Møguleikarnir eru óendaligir í dukandi metropolinum, London! Heimstaðurin hjá dupultdekkarunum og fish n’ chips. Í London finnur tú alt, ið tær tørvar. Mentan, ítrótt, innkeyp, mat, sangleikir, marknaðir, konsertir og aðrar upplivingar av alskyns slagi. Skunda tær avstað, tí London um summarið er nakað heilt serligt.

Vit flúgva tvær ferðir um vikuna í summarfrítíðini – hvønn týsdag og leygardag frá 23. mai til 29. august 2026.

Keyp ferðina á atlantic.fo


Myndir: Erla Ziskasen 64 | ATLANTIC REVIEW spring 2026


aria ch Za ni i He

ss e n

Nýggja verkætlanin hjá Heina Zachariassen kallast annars ‚Vota‘. Hetta er ein tænasta, har tú kanst reyta matstøð – nakað sum Google Maps og TripAdvisor, men bara á annan hátt. Ein betri máta, um tú spyrt tú Heina, sum hevur stórar ambitiónir við Vota.

– HETTA KREVUR ELDSÁLIR Royndi føroyski íverksetin fegnast um, at Tonik er blivið árligur táttur í Føroyum. – Sovorðin umhvørvi, sum fremja íverksetan og start­ups, koma ikki av sær sjálvum. Tað krevur, at eld­ sálir taka stig til tiltøk, ið eru attraktiv fyri út­lending­ ar. Tað, haldi eg, hevur eydnast við Tonik. – Tað er umráðandi at fáa útlendingar til Føroya at inspirera, og tí er tað fantastiskt at síggja, at tað ber til, sigur hann. Heini Zachariassen heldur tað vera ein fyrimun fyri tiltakið, at tað er júst í Føroyum. – Havið og fjøllini eru ein sjálvfylgja fyri okkum før­oyingar, og vit hugsa ikki so nógv um tað. Men tað kann eg lova tær fyri, at útlendingarnir gera. Tað er jú ikki allastaðni, fólk tíma at fara. Men tey tíma at koma til Tonik í Føroyum, tí tað gevur teimum eitt upplivilsi.

– TONIK ER AUTENTISKT Millum mongu útlendsku gestirnar, ið koma í ár, er Rita Anson. Hon hevur stovnað íløgufelagið Nordic Ignite og hevur drúgvar royndir við at byggja fyritøkur til altjóða marknaðin. Hon hevur áður verið gestarøðari á Tonik, og hon hevur eisini verið vertur á pitch-pallinum og hjálpt í­verk­set­um at fínpussa teirra pitch. Sum Rita Anson sær tað, so skilir Tonik seg týðiliga frá øðrum tøkni-ráðstevnum í Evropa. – Eg havi verið til nógv tøkni- og íløgutiltøk í Evropa, men Tonik kennist nógv autentiskari. Stigtakararnir herma ikki eftir teimum stóru altjóða tiltøkunum. Hin­vegin er tað blivið til eina kreativari, intimari og eina ser­liga ráð­stevnu, sum ikki stendur aftan fyri aðrar ráð­stevn­ur uttan­lands, sigur Rita Anson. Hon leggur serliga dent á sambondini millum fólk.

– Samrøðurnar í Tonik eru djúpar. Tú fært sera góðan møgu­leika at práta við bæði íverksetarar og við íleggj­ar­ ar. Tað snýr seg ikki bara um at býta um visitt­kort, men meira um at hava gevandi samrøður. Fólk hava eitt ávíst álit hvør á øðrum. Júst hetta óformella og autentiska er nakað, sum stig­takarin Greg Worley kennir aftur. – Sum stigtakari hevur tú alla ávirkan á at gera til­takið meinings­f ult upp á ein máta, sum passar til føroyska tørv­in. Eg haldi, vit hava funnið eitt hóskandi format í einum róligum umhvørvi, sigur hann. Eitt serstakt við Tonik samanborið við aðrar tøkni­ ráð­stevn­ur er fokusið á listina. List er nevniliga ein integrerað­ur partur av tiltakinum. – Føroyar eiga ótrúliga nógv dugnalig listafólk. Tey fáa við Tonik ein pall at vísa sína list fram, sigur Greg Worley og vísir á eitt, sum listin kann geva tiltakinum: – Sjálvur orki eg ikki fyri small-talk, sum jú er ein stórur partur av slíkum ráðstevnum. Men við at fáa lista­fram­sýn­ing­ar inn, so ber til at fáa eitt prát um listina á vegg­inum. List gevur okkum øllum íblástur, og hon er áhuga­verd­ari enn at tosa um veðrið. Kanska kann prátið um lista­verk­ini føra samrøðuna víðari inn á okkurt annað við­kom­andi.

STÓRAN TÝDNING FYRI SAMFELAGIÐ Greg Worley kann ikki annað enn fegnast um góðu undir­tøkuna til Tonik. – Tað er lætt at skipa fyri slíkum í Føroyum, tí her eru so nógv folk, sum vilja hjálpa, tora at hugsa stórt og vilja byggja okkurt upp. Ferða­skriv­stovur­nar, kommun­ur­nar og tær nógvu fyri­tøkur­nar, sum eru við, eiga stóran lut í, at Tonik hevur hepn­ast so væl, sigur hann og heldur fram: – Tonik er ikki bygt upp av einstaklingum. Tað er skapt í felags­skapi fyri at skapa samfelagsvirði. Fyri at geva føroy­ing­um ein pall, fyri at lata upp møgu­leik­ ar og fyri at styrkja føroyska n nso samleikan. Tað skal ikki aA Rit bara gagna teimum í rúminum, men allari vist­skipan­ini í nógv ár frameftir, sigur stigtakarin. Hann ivast heldur ikki í, at tey sam­bond, ið verða knýtt millum føroy­skt vinnu­lív og út­heim­in, fara at kasta

ATLANTIC REVIEW spring 2026 | 65


Myndir: Erla Ziskasen

búskapar­liga av sær á samfelagið – um ikki beinan­ veg­in, so um nøkur ár. Og tí tekur Heini Zachariassen undir við. – Tú mást minnast til, at allar stórar fyri­tøkur hava eina­ferð verið smáar. Tí er tað ótrú­liga týdn­ ingar­mikið at fáa skapt eitt um­hvørvi, har tú kanst skapa slíkt, sum kann vaksa seg stórt og síðani gerast partur av sam­felags­bú­skap­inum, sum kann syrgja fyri, at fólk hava eitt gott lív í Føroy­um, sigur hann. – Sovorðin tiltøk skulu til fyri at fáa stór ting at henda. Tí tað hendir ikki av sær sjálvum, sigur Heini Zachariassen. Og Rita Anson sær ljóst upp á framtíðina hjá Tonik og føroysk­ari íverksetan sum heild. – Tað er ein sannroynd, at føroyski marknaðurin ikki er serliga stórur. Men eg haldi, at føroyskir íverk­set­ar duga væl at hugsa altjóða frá fyrsta degi, og tað er neyðugt at raðfesta altjóða marknaðin, um tú vilt røkka langt. So eg havi góðar vónir, sigur hon.

SKAL ELVA TIL VERULIGA BROYTING Tað tykist í øllum førum, sum at Tonik er komið fyri at vera. – Tonik sum konsept er øgiliga ungt enn. Slík tiltøk menn­ast og búnast vanliga gjøgnum nógv ár. Vit royna at gera okkurt nýtt hvørt ár og fáa ávirkan á sam­felag­ið í langa tíð aftan á Tonikvikuna, sigur Greg Worley. Hann sigur víðari, at Tonik er ein byrjanarpallur fyri fram­f ýsni. – Tiltakið hevur hjálpt startup-fyritøkum at fáa íløgur, kveikt altjóða samstørv og latið upp global net­verk fyri føroyskar íverksetarar. Vørur eru komnar á mark­nað­in, nýggjar verkætlanir hava sæð dagsins ljós, og sam­leik­ar eru mentir gjøgnum sambond. Drív­megin er viljin til at kveikja veruliga broyting, sigur Greg Worley. Nú fer Tonik inn í sítt næsta skeið. – Okkara ambitión er at fáa enn størri ávirkan og fáa Føroyar at vera ein álítandi altjóða aktør innan fyri ný­skap­an. Tað gera vit við at útloysa kapital, menna fyri­tøkur við altjóða vakstrar­møguleikum og skapa var­andi búskaparligt virði.

66 | ATLANTIC REVIEW spring 2026


Mynd: Erla Ziskasen

ATLANTIC REVIEW spring 2026 | 67


Mynd: Erla Ziskasen


Tonik: A springboard for entrepreneurship

key and that it takes passionate trailblazers to create events like Tonik, though it’s also about location. People don’t want to travel just anywhere, but they do want to experience the Faroe Islands.

TONIK IS AUTHENTIC Tonik mixes innovation, tech and art. In the run up to its fourth instalment, Atlantic Review had a chat with organiser Greg Worley, as well as entrepreneurs Heini Zachariassen and Rita Anson

G

reg Worley admits it was hard to move to Leirvík from Torquay, but he came to appreciate the uniqueness of the intimacy, safety and freedom the village offered him and his family. He works at one of the fastest growing Faroese tech companies and the idea for Tonik was born out of the question: ’what’s my legacy in the Faroe Islands?’ What began as a madcap idea is now a recurring conference steeped in Faroese culture. It’s a chance for entrepreneurs, companies and investors to network and talk trends. ‘We had to show the world what the Faroe Islands has to offer in tech […], and art. The standard is incredibly high. Tonik celebrates the finest of the Faroe Islands, which isn’t just nature,’ Greg explains.

SOMETHING FOR EVERYONE The programme ranges from talks to art shows and kicking back after hours. The pitch contest is a highlight, the perfect opportunities for entrepreneurs to get used to talking to a crowd, a key skill for growth. The speakers list is so broad that there is bound to be something for everyone come 8 May in Tórshavn. Faroese serial entrepreneur Heini Zachariassen will be speaking. He is perhaps best known for the Vivino wine app. He will be comparing entrepreneurship with and without AI. It’s turned everything on its head and the way you would create an app like Vivino is completely different today. Heini’s newest project is called Vota, a service to rate eateries – along the lines of TripAdvisor, but completely different and better, if you ask him. The experienced entrepreneur welcomes the conference. He emphasises that environments nurturing startups are not a given, international perspectives are

Rita Anson is among this year’s international participants. She founded the investment firm Nordic Ignite and builds businesses for the global market. As a returning speaker and pitch host, Rita enthuses that authenticity sets this conference apart. The organisers don’t imitate global events, but have curated a more creative and intimate gathering. Tonik allows for deep conversations with entrepreneurs and investors, it’s about more than exchanging business cards and that fosters trust. The focus on art is also unique to Tonik. It offers a platform for the talented artists in the Faroe Islands. In turn, art breaks the cycle of small-talk. There is something more interesting to talk about than the weather, and conversations sparked by art can move in all sorts of inspiring directions.

SIGNIFICANT FOR SOCIETY Greg emphasises that Tonik is a united effort to create value for society. It’s a joint undertaking with a plethora of public and private organisations involved all willing to think big and build long-term, ‘the aim isn’t to just benefit the people in the room, but the whole ecosystem for years to come.’ Both Greg and Heini agree that the economic benefits will be reaped down the line, every big company started out small. Rita Anson also has high hopes for the future, ‘the Faroese market isn’t big. But Faroese entrepreneurs are good at thinking globally from day one.’

CREATING REAL CHANGE Tonik is here to stay. It’s a springboard for entrepreneurship, has already helped startups secure investment, fostered global cooperation and networks for Faroese entrepreneurs, and paved the way for new products getting to market. The driving force is the will to create true change. The ambition now is to establish the Faroe Islands as a trusted global actor in innovation by unlocking capital, nurturing companies with global growth potential and creating sustainable economic assets.

ATLANTIC REVIEW spring 2026 | 69


Týdningarmiklar løtur krevja góðar karmar

Á

Hilton hava vit ment røttu karmarnar, sum sameina nútímans tøkni við nærlagdari tænastu. Okkara 4-stjørnaðu fundar- og ráðstevnuhølir eru sniðgivin so, at rúm, ljóð og ljós skapa ein pall til dygd og professionalismu. Til hátíðarhald standa veitsluhølini klár. Her fáa brúdleyp, móttøkur og starvsfólkaveitslur eitt innrættað stað, har hvør smálutur er gjøgnumhugsaður – frá dygdargóðum mati til tænastu.

Okkara fundar- og veitslupakkar kunnu fevna um alt frá fundar- og veitslutænastu til gisting á hotellinum. Hjá okkum er tað ómakaleyst.


Vælkomin í Hólmin Okkara nýggja veitsluog fundarhøli á Hilton. Nú eru okkara veitsluog fundarkarmar blivnir enn betri. Hølið er væl útgjørt við bæði ljósi og ljóði til dansigólvið, umframt barr, vesi og egin inngongd og útiøki. Alt, ið skal til fyri bestu upplivingina – frá fundi til veitslu.

Samanset títt tiltak á hilton.fo


SKR I VAÐ H EVUR R E B E K K A M A N U E L A B E H R E N S M Y N DI R : E R L A ZIS K A S E N

24 ára gamla Vár er heimsmeistari – Rógving hevur lært meg, at við viljastyrki og støðufesti røkkur tú longur, enn tú trýrt. Tað er einki, sum kemur av sær sjálvum, men arbeiðir tú hart og trúfast, ber alt til. Soleiðis sigur 24 ára gamla Vár Guriardóttir Hansen, sum ikki minni enn tríggir ferðir hevur sett heimsmet í inniróðri

ATLANTIC REVIEW spring 2026 | 73


„Eg eri 100% vís í, at um eg ikki tapti fyrstu kappingina, so hevði eg aldrin staðið her, eg geri í dag, við trimum heimsmetum.“ Vár Guriardóttir Hansen

–T

að tók eina løtu, áðrenn eg varnað­ ist, hvat var hent. Tá ið fimm minutt­ ir vóru far­nir, klár­ aði eg ikki at halda táru­num aftur av gleði. Eg var blivin heims­meist­ ari. Nakað, sum eg enn í dag fangi meg sjálva í at verða kløkk av, tá ið eg hugsi um tað, tí tað er so stórt. Soleiðis greiðir 24 ára gamla Vár Guriardóttir Hansen úr Havn frá. Tríggjar ferðir er hon blivin heims­meist­ari.

UPP Á TINDAR, GJØGNUM DALAR 2025 var árið, tá ið Vár G. Hansen fór til sína fyrstu HM sum senior

74 | ATLANTIC REVIEW spring 2026

eftir at hava vunnið trý HM-heiti sum U23. Tó gekk henda kappingin ikki sum ætlað. – Eg minnist, at tað kendist, sum eg fekk bank. Hetta var sera hart og gav mær onkurs­vegna kenslu­na av hjarta­sorg. Men henda kapp­ing­in var eisini eitt vendi­punkt. Eg lovaði mær sjálv­ ari, at eg skuldi vísa, at eg var meira enn eitt 7. og 11. pláss til HM. Og júst hetta lyftið fyri sær sjálv­ari helt Vár. Seinni sama árið setti hon heims­met, tá ið hon setti seg í Singa­pore til Versa Challenge. World Row­ing skipar fyri, men her kapp­ast tú ikki einans í van­ligu 2000 og 500 metra tein­u­num. Her snýr tað seg um at finna mest full­ fíggjaða rógv­ar­an á fleiri ymsum

tein­um. Saman­lagt gjørdist Vár numm­ar tvey í kappingini um at gerast mest fullfíggjaði rógvarin í heimi­num. Henda kappingin var nakað, sum ikki bara gav Vár nýtt heiti, men eisini eina nýggja fatan av sær sjálvari. – At gerast heimsmeistari er tað, eg havi barst fyri í sjey ár. Tí var júst 2025 eitt fantastiskt ár. Eftir at hava verið nærum útbrend í 2023 og 2024, har eg næstan tók meg burt­ur frá ítrótti­num, fann eg gleðina fyri rógv­ing­ini aftur og valdi tí at halda fram. Eg eri 100% vís í, at um eg ikki tapti fyrstu kapp­ing­ina, so hevði eg aldrin stað­ið her, eg geri í dag, við trim­um heims­met­um, greið­ir Vár Guriar­dóttir Hansen frá.


Bílegg mat frammanundan Pre-order your meal for your next flight

Tú fært eitt størri úrval av mati at velja ímillum, tá ið tú bíleggur frammanundan. So tryggja tær júst tað, tú ynskir tær, á heimasíðu okkara áðrenn fráferð. Pre-ordering gives you access to a wider selection of meals. Ensure you get

your preferred choice by pre-ordering on our website before your departure.

atlanticairways.com


76 | ATLANTIC REVIEW spring 2026


Síðani hevur tað gingið við rúk­andi ferð. Vár Guriardóttir Hansen fekk fyri fáum vikum síðani sítt triðja heimsmet. Tá fekk hon ikki eitt met í einum nýggjum teini, men tók sítt egna met, sum hon í fjør setti í Singapore. Tað var til kapp­ ing­ina, sum snúði seg um at rógva so langt sum gjør­ligt í ein minutt. Tá ið Vár var kom­in um mál­linju­ na, stóðu 368 metr­ar á skíggja­ num – og enn eitt heims­met til Vár Guriardóttir Hansen.

skelkað og errin, tá ið eg hugsi um tað, greið­ir Vár G. Hansen frá. Tá ið Vár ikki situr við ár í hond, lesur hon búskaparfrøði á Setri­num og arbeiðir í handli, í venjing­ar­mið­støð og sum venjari í rógv­ing. – Dagarnir eru ymiskir, men van­liga er tað venjing um morgun­in, síðani skúli og arbeiði

er eisini orsøk­in til, at eg kann av­ rika á hægsta stigi. – Sum ítróttafólk eri eg disiplin­ erað, tvør og viljasterk. Eg leggi nógv í alt, eg geri, og tí eisini við nógv­um kenslum í øllum tí, eg geri. Sum menniskja eri eg eins­ tátt­að, og mær dámar væl strukt­ ur og rutin­ur, men eg leiti eisini altíð eftir av­bjóð­ing­um. Eg eri har­um­framt familju­menniskja, og familjan hevur altíð havt stóran týdn­ing fyri meg, bæði í ítrótti og lívi­num.

FRÁ BLIKI TIL HEIMSMET Tó eru heimsmetini ikki komin av sær sjálvum. Í nærum átta ár hevur Vár vant hart. Tað byrjaði í 2018, tá ið hon sum 17 ára gomul fór at venja við báti­num Bliki hjá Argja Róðra­felag. Tá hevði hon ikki størri ætlan­ir um annað enn at vinna kapp­róður­in her heima í Før­oy­um. Hon gjørdist skjótt bitin av rógv­ ing­ini og helt tí fram at venja. Trý ár seinni flutti hon til Danmarkar at rógva. Tó gekk hetta ikki sum ætlað. Hon treivst illa í Danmark og flutti tí tvey ár seinni heim og gavst at rógva. Hugurin var farin. Tó gekk ikki drúgv tíð, til Vár aftur fór at rógva, og í 2024 fór hon mið­víst at venja hart. – Eg havi ikki sæð meg sum nakað ser­ligt ella øðrvísi enn onnur. Men eg havi altíð havt eina styrki í sprint­um og styttri tein­ um. Tað kemur nokk frá mín­um árum í fim­leiki, serliga amboðs­ fim­leiki, sum yngri. Eisini íðki eg nógv styrki­lyft­ing, sum hevur gagnað mær í rógv­ing­ini. Tað er nokk ikki fyrr enn nú, eftir fleiri ára venj­ing og trý heimsmet, at tað veru­liga gongur upp fyri mær, at eg klári nakað, sum eingin onnur kvinna í heimi­num hevur megnað. Tað kennist fram­vegis ó­veru­ligt, og eg verði ofta bæði

„Tað er nokk ikki fyrr enn nú, eftir fleiri ára venjing og trý heimsmet, at tað veruliga gongur upp fyri mær, at eg klári nakað, sum eingin onnur kvinna í heiminum hevur megnað.“ Vár Guriardóttir Hansen

seinni. Tað krevur nógv at kapp­ast á hægsta stigi, og onnur skilja ikki al­tíð, hvussu stór­an týdn­ing hvíld hevur. Hóast hon hevur nógv um at vera, gevur hon sær tíð til 7–9 venj­ing­ar um vikuna. – Av tí eg ikki eri fulltíðaríðkari, noyðist eg at finna eina javnvág, so at dagurin hongur saman. Júst hvíld er ein stórur partur av tí og

– EG ERI EIN ERRIN FØROYINGUR Umframt at vera fyrsti føroyingur í al­tjóða kapping, heimsmeistari, hevur Vár gingið á odda fyri at menna sokallaða ‚coastal row­ing‘ í Føroyum. ‚Coastal rowing‘ er ein grein í rógv­ing, ið fer fram á sjó­ num, nær landi, og ofta í av­bjóð­ andi veðri við vindi og aldum. Fyri hana hevur tað týdn­ing eisini at geva róðrar­um­hvørvi­num nakað aftur. – Eg vil fegin byggja okkurt upp fyri teir føroyingar, ið vilja røkka longri. Tað er avbjóðandi at røkka langt sum føroyingur, og eg síggi ‚coastal rowing‘ sum ein fantast­ isk­an møgu­leika í Føroyum, og nú tað eisini er á OL-skránni. Eisini kann tað gera tað lætt­ari fyri føroy­ing­ar, ið flyta uttan­lands at lesa, at koma í ein skull­ara, um tey longu hava møgu­leik­an her heima at venja líkn­andi frá ung­ um ár­um. Hóast Vár hevur nátt hægstu tind­um, er hon ikki hildin uppat at droyma og seta sær stór mál. Størsti dreym­ur­in er, at Føroyar fáa lima­skap undir World Row­ing, so at Føroy­ar verða um­boð­að­ar í øllum al­tjóða kapp­ing­um. – Eg haldi, at kappróður er á eini sera góð­ari leið í Føroyum.

ATLANTIC REVIEW spring 2026 | 77


FAKTA Vár Guriardóttir Hansen

Tá ið eg kapp­ist úti í heimi, kenni eg á­byrgd av at vísa, hvat vit føroy­ ing­ar eru før­ir fyri, serliga tí vit ikki hava lima­skap í World Rowing enn. Tí eg haldi, tað er sera um­ ráð­andi, at tað verður víst, at eg eri ein errin føroyingur, greiðir Vár frá. Umframt heiðurin at gerast heims­meist­ari var Vár G. Hansen eisini í upp­skoti til ÍtróttaNAVNIÐ 2025 til Ítrótt­ar­fagnað­in hjá Ítróttar­sam­bandi Føroya. Hóast hon ikki vann tann heiðurin, hevur tað stóran týdn­ing fyri hana at vera í uppskoti. – Tað merkir nógv. Tú gert tað ikki fyri heið­ur­in, men fyri teg

78 | ATLANTIC REVIEW spring 2026

sjálva og fyri gleðina við ítrótt­ inum. Men at fáa viður­kenn­ing fyri alt tað arbeið­ið, sum liggur aftan­f yri, hevur stóran týdn­ing. Tað vísir eisini, at inni­róður kann javn­set­ast við allar aðrar ítrótta­ grein­ar, og tað er stórt framstig fyri ítrótt­in. Fyri Vár snýr ítróttur seg ikki bara um at vinna, men um ferð­ ina til sigur­in, sum í sær sjálvum hevur stór­an týdn­ing. – Rógving hevur lært meg, at við vilja­styrki og støðufesti røkkur tú longri, enn tú trýr. Tað er einki, sum kemur av sær sjálvum, men arbeið­ir tú hart og trúfast, so ber alt til, sigur Vár at enda.

Aldur: 24 ár Lesur: Búskapar- og virkisfrøði á Fróðskapar­ setri Føroya Starv: Føroya Tele, Yndi og undirvísir í rógving Venjing: 7–9 ferðir um vikuna Úrslit 2025: 2 heimsmet á rógvimaskinuni (100 metrar og flest metrar í 1 minutt) 3 heimsmeistaraheiti í U23 og eitt sum seniorur Silvur í Versa Challenge (Singapore) 4 gull í bretsku meistarakappingini gull, 1 silvur, 1 fjórða pláss og 1 sjeynda 8 pláss í 11 róðrum Annað: Næstforkvinna í Róðrarsambandinum Gingið á odda fyri at menna ‚coastal rowing’ í Føroyum F yrsti føroyingur í altjóða kapping í ‚coastal rowing’ Í uppskoti til heiðurin Ársins ÍtróttaNAVN 2025


Keyp á atlantic.fo

Kom við á býarskáa í

Mánadagar og hósdagar Kunnu vit freista við einum býarskáa í Edinburgh við vinkonunum? Stutt flogtíð, rík mentan, góðir innkeyps­ møguleikar og góðar matstovur – ja, kom avstað!


24-year-old Vár is a world champion ‘Rowing has taught me that willpower and discipline will take you further than you think,’ says Vár Guriardóttir Hansen three-times indoor rowing world-record holder


V

ár G. Hansen entered the senior World Championships in 2025, after taking three U23 WC titles, alas, the debut didn’t go to plan. The heartbreak was, however, a turning point, Vár vowed to prove she was more than a 7th or 11th place. It wasn’t long until she fulfilled that promise. Later in 2025 she set a world record in Singapore at the Versa Challenge. The event organised World Rowing aims to find the most complete rower at several distances. Overall, Vár took second place. The athlete is convinced that she wouldn’t have set her world records without the WC defeat. She was on the brink of burnout in 2023 and 2024, but refound the joy of rowing in 2025. Vár has gone from strength to strength since. In early 2026 she broke her own world record in a contest where she had to row as far as possible in one minute, Vár came in at 368 m.

FROM LOCAL CLUB TO WORLD RECORD The records are the result of years of training. At 17 Vár joined the Blikur crew representing Argir Rowing Club. The initial goal was the Faroese championships, and three years later she moved to Denmark to pursue rowing. However, Denmark never felt like home and she chose to return to the Faroe Islands. Vár quit rowing initially, but returned to it in 2024. The sprint was always Vár’s greatest strength. She attributes it to early years in artistic gymnastics and a focus on strength training. The athlete admits that

it’s probably only now that it truly dawns on her that she can do something no other woman in the world has managed, ‘It still feels unreal and I’m often both shocked and proud when I think about it.’ Vár studies economics at the University of the Faroe Islands, works at a shop, a fitness centre and as a rowing instructor. Her days are varied, but usually start with training, then school and then work. It takes 7 to 9 training sessions a week to compete at this level, ‘I’m not a full-time athlete, so I have to find a balance. Rest is a key and what allows me to perform at the highest level,’ the rower explains. Vár describes herself as a disciplined, tenacious athlete who gives her all with a lot of feeling. In her personal life she enjoys routine and structure and family means a lot, both in sports and life.

try. Faroese rowing is highly competitive and Vár feels a responsibility to show what the Faroese are capable of and how proud she is to be Faroese. The list of nominees to Faroese Sports Personality of the Year 2025 included Vár. It meant a lot to the rower, both as recognition of her hard work as an athlete, and as a sign that indoor rowing is considered on equal footing with other disciplines, a breakthrough for the sport. For Vár sports isn’t just about winning, but about the journey to victory, which is meaningful in itself. ‘Nothing comes out of nothing, but if you work hard and loyally, anything is possible,’ Vár concludes.

FACTS Vár Guriardóttir Hansen

PROUD TO BE FAROESE In addition to pioneering Faroese participation in international competitions, Vár has blazed a trail for coastal rowing in the Faroe Islands. This open water discipline often takes place in challenging weather and rough seas. The athlete sees it, in part, as giving something back. ‘I want to build something for the Faroese rowers who want to go further. It’s a challenge when you’re Faroese and I see coastal rowing as a fantastic opportunity; it’s now also an Olympic discipline.’ The champion doesn’t rest on her laurels, one major goal for her is to secure membership of World Rowing for the Faroe Islands, so she can represent her own coun-

Age: 24 Studies: Business and Economy at University of the Faroe Islands Work: Føroya Tele, Yndi and rowing instructor Trains: 7–9 times a week Results 2025: 2 world records at the rowing ma­ chine (100 m and most metres in 1 minute) 3 U23 world championships and one as a senior Silver at Versa Challenge (Singapore) 4 golds at the British Championships 8 golds, 1 silver, 1 fourth place and 1 seventh place out of 11 races Other: Vice Chair of the Faroese Rowing Federation Pioneer of coastal rowing in the Faroe Islands First Faroese participant in an interna­ tional coastal rowing rowing race Nominee for Faroese Sports Personali­ ty of the Year 2025

ATLANTIC REVIEW spring 2026 | 81


MORPHE

GOSH

Rosé Away Set 175 DKK / 24 EUR

Bronzing Powder, 9g 75 DKK / 10 EUR

KÉRASTASE Nutritive Nutri-Supplement Scalp Serum, 90 ml 369 DKK / 50 EUR

L’OCCITANE

Nutritive Hair Mask Intense, 200 ml 329 DKK / 43 EUR

Shea butter Shea Ultra Rich Body Cream, 50 ml 75 DKK / 10 EUR

SIF JAKOBS Imperia Pianura Piccolo Earring 719 DKK / 97 EUR

SIF JAKOBS Imperia Pianura Piccolo Ring 879 DKK / 119 EUR

YVES SAINT LAURENT MYSLF L’Absolu, 60 ml 839 DKK / 113 EUR


ESSIE Nail Polish Set 179 DKK / 24 EUR

FAZER Fazermint, 420g 95 DKK / 13 EUR

LEGO Ferrari SF-24 F1Car 209 DKK / 28 EUR

KATJES Peace & Love, 400g 39 DKK / 6 EUR

LAKRIDS BY BÜLOW

RITTER RIT PinkMini Pouch, 500g 155 DKK / 21 EUR

Fyrivarni verður tikið fyri møguligum villum

BÜLOW Milkshake, 270g 145 DKK / 20 EUR


Søgan

hjá Atlantic Airways 1987– 2025


1995

FYRSTA AVLOPIÐ

1987

FELAGIÐ STOVNAÐ Fyrst í november leggur Lasse Klein, landssýrismaður, uppskot fyri løgtingið um at stovna føroyskt flogfelag. Landsstýrið skal eiga 51 prosent í felagnum, og danska Cimber Air skal eiga 49 prosent. Tann 10. november sama ár verður Atlantic Airways formliga sett á stovn.

1990

ATLANTIC REVIEW Atlantic Review kemur út á fyrsta sinni. Blaðið leggur frá fyrsta degi dent á at lýsa Føroyar og føroyingar í væl frágingnum greinum við góðum myndum.

1992

NÝGGJAN PARTAPENING Búskaparliga skrædlið í Føroyum rakar eisini flogvinnuna, og landsstýrið setir 75 mió. kr. í nýggjum partapeningi í felagið, og Cimber Air fer úr felagnum. Við hesum inntrivinum og nýggja hangarinum í Vágum styrkist grundarlagið.

1988 FYRSTI TÚRURIN

1994

FJØLBROYTTARI VIRKSEMI

Atlantic Airways flýgur sín fyrsta túr millum Føroyar og Danmarkar. Løtan er hátíðarlig, tá ið nýggja flogfarið fer avstað við fyrstu ferðafólkunum við kós ímóti Keypmannahavn. Føroyskur hugni og føroyskar flogternur seta sín serliga dám á umborð.

Strandferðslan hevði upprunaliga tyrluflúgvingina millum oyggjar­ nar um hendi, men hetta árið ger landið avtalu við Atlantic Airways um at standa fyri flúgvingini. Virksemið hjá felagnum verður nú fjølbroyttari.

Fyrsti stjórin í felagnum, Heri Mortensen, fer frá, og Magni Arge tekur við sum stjóri. Felagið fer undir at flúgva til Íslands í samstarvi við Air Iceland. Fyri fyrstu ferð hevur Atlantic Airways avlop á rakstrinum og setir sær fyri at menna flogleiðir til øll grannalondini.

1997

TIL GRØNLANDS Uppaftur meiri ferð kemur á virksemið hjá felagnum, tá ið farið verður undir flúgving millum Ísland og Grønland í samstarvi við íslendingar. Felagið flýgur eisini nakrar leigutúrur millum Keypmannahavn og Bosnia, har borgarakríggj herjaði millum 1992 og 1995. Atlantic Airways er fyrsta norðurlendska felagið, sum tekur uppaftur flúgving til Bosnia.

1998 TIL SKOTLANDS

Flúgvingin hjá felagnum er nógv økt, og felagið fær tørv á einum flogfari afturat, sum í fyrstu syftu verður leigað til Føroya. Sjøtul verður settur á rutu til Skotlands, og túratalið millum Føroyar og Danmark verður økt.

ATLANTIC REVIEW spring 2026 | 85


1999 TIL NOREGS

Felagið fær tørv á eini varandi loysn viðvíkjandi flogførunum, tí víðka­ða flúgvingin fær stóra undir­ tøku millum manna, og felagið fer eisini undir at flúgva til Noregs. Farið verður til samráðingar um at keypa næsta flogfarið í oktober, og sátt­máli verður undirskrivaður um at lata felagnum flogfarið í februar í 2000.

2000 FLOTIN VEKSUR

Atlantic Airways fær annað flog­ farið í flotan 2. februar. Flog­farið er av slag­num British Aero­space eins og fyrsta flog­farið. Felagið brynjar seg eisini til at gera sátt­málar um flut­ning millum Aber­deen og Vágar í sam­bandi við olju­leit­ingar kring Føroyar og bjarg­ing­ar­arbeiði fyri Fiski­mála­ráð­ið.

2001

STÓRIR SÁTTMÁLAR Sambært sáttmála við Fiski­mála­ ráð­ið skal felagið fáa til vega nýggja bjarging­artyrlu og næstu 10 árini standa fyri leiting og bjarging kring Føroyar. Bjargingartyrlan Bell 412 kemur til Føroya sjálvan flagg­ dagin. Felagið ger eisini avtalu við Amerada Hess, BP og Statoil um at flúgva manningar úr Aberdeen til Vágar og saman við Bristow Helicopters standa fyri flutningi út á bori­pall­ar­nar. Eisini verður farið undir bein­leiðis ferðir úr Føroyum til London.

86 | ATLANTIC REVIEW spring 2026

2002

FERÐAFÓLKATALIÐ TVÍFALDAÐ Ferðafólkatalið hjá Atlantic Air­ ways fer á fyrsta sinni upp um 100.000. Hetta er stór øking saman­ bor­ið við 1995, tá ið talið var um 50.000. Íroknað ferðafólkatalið eru tey, sum flúgva við tyrlunum inn­lendis. Tey eru sjey prosent av øllum ferða­fólkunum, og tey, sum flúgva við flog­førunum, eru 93 prosent. Økta útboðið skapar øktan eftir­spurn­ing.

2004

KAPPINGIN HARÐNAR Kappingin millum Atlantic Air­ ways og Mærsk Air harðnar, tá ið Mærsk setir í verk skipan, sum noyð­ir fólk at flúgva við øðrum felag­num fyri at fáa ókeypis ferð. Atlantic Airways svarar aftur, og tey flestu taka av Súluskipanini. Mærsk gevst í oktober, og Atlantic Air­ways verður einsamalt um flúgv­ing­ina. Felagið keypir triðja flog­farið og fer at flúgva fyri Aker í Noregi. Felagið flýgur eisini leigu­flúgv­ing millum Keypmanna­ havn og italsku býirnar Perugia og Ancona.

2005 AIRBUS VITJAR

Fyri allarfyrstu ferð setir eitt flogfar av slagnum Airbus seg í Føroyum. Fleiri hava ivast í, um eitt so stórt

flog­far kundi lenda á breyt­ini í Vágum, men innflúgving og lend­ ing verða avgreidd uttan trupul­ leik­ar. Vitjanin er ein fyriboðan um nýggjar tíðir í Atlantic Airways. Felag­ið keypir fyrsta Avro RJ flog­ farið frá Swiss. Flogfarið tekur fleiri ferða­fólk og røkkur longri enn British Aerospace flogførini. Felag­ ið vinn­ur heiðurin ‚Ársins Átak‘ á Vinnu­degnum.

2006 FØROYSK KAPPING

Atlantic Airways fær kapping frá nýggja føroyska flogfelagnum, Faroe­Jet. Felagið fer undir flúgv­ing í mai og heldur fram til desem­ ber, tá ið felagið noyðist at gevast. Eginpeningurin er tá uppi. Atlantic Airways yvir­tekur flog­farið hjá Faroe­Jet og flýgur túsund­tals strand­að­ar jóla­gestir heim úr Danmark. 10. oktober fer eitt flog­ far hjá Atlantic Airways út av flog­ vøll­inum í Stord í Noregi. Fýra fólk lata lív, teirra millum flogternan Guðrun Hervør Joensen úr Bø, 41 ára gomul.

2007

Á PARTABRÆVAMARKNAÐIN Felagið keypir tvey Avro RJ flogfør aftrat frá Swiss og skrivar sáttmála við SAS um umfatandi flúgving millum Keypmannahavn og eitt nú


flog­før fara úr flotanum, túrarnir fækka, leigu­flúgvingin minkar mun­andi, og starvsfólkatalið mink­ ar niður í 165.

London og Stavanger. Ein trið­ing­ur av Atlantic Airways verður ein­ skild­ur, og felagið verður skrásett á parta­bræva­marknað­inum í Íslandi, ICEX. Eftir skrá­setingina er felagið hvønn dag til próvtøku á fíggjar­ marknað­inum, har íleggjar­ar kunnu keypa og selja partabrøv í felag­num. Felagið verður heiðrað sum ár­sins læru­pláss í danska konga­ríki­num.

2008

manna­havn. Átakið marknaðar­ før­ir ikki bara felagið í donskum miðl­um, men allar Føroyar.

2010 AFTUR Á BEINT

Atlantic Airways hevur aftur avlop á rakstrinum. Avlopið er 12,3 mió. kr. eftir skatt samanborið við 6,6 mió. kr. í halli árið fyri, hóast øsku­ skýggj úr Eyjafjallajøkli í Íslandi legg­ur flog­ferðsluna lamna í fleiri vikur. Egin­peningur­in er nú 227 mió. kr. og solvensur­in 56 prosent. Parta­eigar­ar­nir fáa 7,5 mió. kr. í vinnings­býti.

AIRBUS BÍLAGDUR

Atlantic Airways ger 30. januar sáttmála við Airbus um at byggja eitt nýtt flogfar av slagnum Airbus 319. Flogfarið verður munandi størri enn British Aerospace flog­ før­ini, sum hava verið brúkt síðan byrjan­ina, og hevur pláss fyri 144 ferða­fólkum. Flogfarið fer eisini at kunna flúgva nógv longri teinar bein­leiðis, eitt nú til londini við Mið­jarðar­havið. Um várið kemur nýggj Augusta Westland 139 tyrla í flotan.

2012

AIRBUSSURIN KEMUR Hátíðardámur er á flogvøllinum, tá ið nýggja Airbus 319 flogfarið kem­ur til Føroya úr Hamburg. Um­boð fyri m.a. Føroya landsstýri og felag­ið eru við á hesum fyrsta túr­inum. Hópur av fólki tekur ímóti. Sjøtul verður settur á eina nýggja tíð í føroyskari flúgving við nýggj­um flog­fari og slóðbrótandi naviga­tións­tøkni, sum tryggjar økt reglu­semi. Felagið fer at flúgva til Barcelona og fær bronsumerki sum árs­ins evropeiska flogfelag frá European Regions Airline Association. Felag­ið stendur fyri tyrlu­ flúgv­ing í sambandi við olju­leiting hjá Stat­oil og er við í fleiri truplum bjarg­ing­ar­átøk­um.

2009

2011

2013

Felagið hevur á fyrsta sinni hall síðan 1994. Fíggjarkreppa, mink­ andi virk­semi og kreppa í altjóða flog­vinn­uni eru orsøkin til hallið. Felag­ið hevur sett umfatandi til­tøk í verk at laga virksemið til. Tá ið flest fólk vóru í starvi, vóru 285 starvs­fólk í felagnum, og sjey flog­ før flugu um 15.000 tímar. Tvey

Sáttmáli verður gjørdur um at selja Augusta Westland 139 tyrluna. Longda flog­breytin í Vágum verður tik­in í nýtslu í desember, og felagið røkkur einum av bestu úrslitunum higar­til. Felagið fær eisini silvur­ steyp, tá ið heiðurslønir fyri bestu lýsingar­átøk verða handað­ar í gamla keyps­skála­num í Keyp­

Felagið kann hátíðarhalda, at 25 ár eru liðin síðan fyrsta flog­túr­in mill­um Vágar og Keyp­manna­havn. Egin­ogn­in hjá felag­num er 247 mió. kr., og føroying­ar kunnu nú eis­ini flúgva bein­leiðis til Milano aftr­at Barce­lona. Felagið ger fleiri sátt­mál­ar um leigu­flúgv­ing­ar suður­eftir úr Danmark, og næstu

REPA SEGLINI

MARKNAÐARFØRA FØROYAR

ATLANTIC AIRWAYS 25 ÁR

ATLANTIC REVIEW spring 2026 | 87


Air­bus-flog­før­ini væntast í flotan í juni og oktober. Felagið fer undir leigu­flúgv­ing í Kili. Magni Arge fer frá sum stjóri, og Jørgen Holme verður fyri­bils­stjóri í felag­num.

2014

FERÐAFÓLK NUMMAR 3.000.000 Løgtingið samtykkir at keypa trið­ ing­in av Atlantic Airways, sum varð einskildur í 2007, aftur, og so­statt eigur landsstýrið nú aftur alt felagið. Seinasta BAE-Avro RJ100 flogfarið fer úr flotanum, og Atlantic Airways brúkar nú bara Air­bus. Ferðafólk nr. 3.000.000 við Atlantic Airways fer á flog seinast í novem­ber.

2016

SVEIGGJ, SÚLUSKIPAN OG SÓL UM VETURIN Atlantic Airways tekur stig til at bjóða ungum og lesandi at ferðast fyri serligan prís við ungdóms- og lestrar­ferðaseðlinum SVEIGGJ. Súlu­skipan­in verður endurstovnað, eftir at SAS sigur upp EuroBonusav­taluna, og nýggja Airbus A320 flog­far­ið kemur í flotan í desember. Eis­ini fer Atlantic Airways undir bein­leið­is vetrar­flúgv­ing til Gran Canaria og kann nú bjóða føroying­ um sól um veturin.

leigu av tveimum nýbygdum Air­ bus A320neo. Tað fyrsta flogfarið skal vera klárt fyrsta ársfjórðing í 2019. Neo flogførini brúka minni olju og hava minni útlát enn vanlig Air­bus flogfør. Í februar verður kunn­g jørt, at Atlantic Airways og LÍV fara undir stórfingna hotell­ verk­ætlan við Staravegin í Havn, og seinni sama ár verður Martin Restorff settur sum stjóri.

2017 2015

NÝGGJAR TYRLUR Atlantic Airways skiftir tyrluflotan út og keypir tvær nýggjar Leo­nardo AW139 tyrlur í staðin fyri tær 20 ára gomlu Bell 412 tyrlurnar. Nýggju tyrlur­nar eru betur út­ gjørd­ar til bjargingararbeiði og eru yvir­høvur betri og rúmligari. Í juni verður skrivað undir avtalu við flog­verk­smiðjuna Airbus um ein nýggj­an Airbus A320. Jóhanna á Bergi verður sett sum stjóri í Atlantic Airways, og hon tekur við starv­inum 1. september.

30 ÁR Á FØROYSKUM VEINGJUM Atlantic Airways fyllir 30 ár, og í hesum sambandi fáa flogfør og tyrlur nøvn eftir mætum lista­fólk­ um. Flogførini fáa nøvnini William (Heinesen), Elinborg (Lützen) og Ingálvur (av Reyni). Tyrlurnar eita Sámal (Joensen-Mikines) og Ruth (Smith). Í hesum sambandi verður stuðulsskipanin Listaflog eisini sett á stovn, sum á hvørjum ári letur 100.000 kr. til eina ella fleiri lista­ verk­ætlanir og/ella listafólk.

2018

NEO-FLOGFØR OG HOTELL Avtala verður undirskrivað við amerikanska felagið um lang­tíðar­

88 | ATLANTIC REVIEW spring 2026

2019 METÁR

Í juni skrivar Atlantic Airways und­ ir avtalu við Airbus um at keypa tvey nýggj Airbus A320 flog­før, og bert ein mánað seinni kem­ur fyrsta neo-flogfarið til Før­oya. Ár­ið gerst somuleiðis metár við sløk­um 340.000 ferðandi.


2020

KORONA STEÐGAR FLOGFERÐSLUNI Koronufarsóttin leggur allan heim­ in lamnan, og koronukreppan merk­ist av álvara í flogvinnuni. Túra­tal­ið og ferðamálini hjá Atlantic Air­ways verða nógv skerd, og tí verð­ur neyðugt at siga uml. 90 fólk­um úr starvi. Flogfelagið fær 100 mió. krónur í fíggjarligum styrki frá landinum fyri at tryggja gjald­førið. Í oktober letur Hilton Garden Inn Faroe Islands dyrnar upp á fyrsta sinni, og fyrstu tíðina eru tað serliga føroyingar, ið vitja og gista á hotelli­num.

2021

SPAKULIGA UPP Í FERÐ

Á sumri 2021 fer spakuliga at ganga framá eftir koronu­heims­ far­sótt­ina. Flogið verður til átta ferða­mál, og ferðafólkatalið fer so spaku­liga aftur at vaksa. Sein­asta Airbus A319 flogfarið í flota­num varð útleigað til felag á Kanar­isku oyggjunum.

vegis órógvar fyrstu mánaðirnar í ári­num. Tó ikki meira enn so, at ár­ið gerst tað besta síðani metárið 2019 við uml. 350.000 ferðafólkum. Fyrst í juni skrivar Atlantic Airways und­ir avtalu við fronsku fyri­tøku­ na Thales um at keypa spild­ur­ nýggj­an, nýmótans tyrlu­simula­tor.

ferða­mál verður sett á rutu­kort­ið, tá ið farið verður undir flúgving til størstu kanar­isku frítíðaroynna, Tene­rife. Flog­ið verður í og rundan um heyst­frí­tíð­ina.

2023

BEINLEIÐIS TIL NEW YORK

28. mars eru 35 ár liðin, síðani Atlantic Air­ways fleyg fyrsta túr­in. Hetta verður há­tíð­ar­hild­ið á flog­ vølli­num við lag­køku og kaffi til tey ferð­andi og gestir annars. Og 22. august verður søga skrivað, tá ið fyrsti rutu­túr­ur millum Vágar og New York, Stewart International Air­port, verður flogin.

2024

... THEN WE TAKE BERLIN

2022

LUFT UNDIR VEINGIRNAR Ferð kemur nú veruliga á virk­ semið aftur, hóast korona fram­

2025

METHØGT FERÐAFÓLKATAL Spildurnýggi simulatordepilin, Atlantic Airways Aviation Academy, verður alment tikin í nýtslu. Simulatordepilin hýsir tveim­ um ný­mótans og fram­kom­num simulator­um, einum til tyrlur og ein­um til Airbus-flogfør. Eisini fær Atlantic Airways Aviation Academy heiðurin ‚Árins átak‘ á vinnu­ deg­num. Ongantíð áður hava so nógv fólk flog­ið á føroyskum veingjum, tí í 2025 setti ferðafólkatalið á rutu­ flog­føru­num hjá Atlantic Airways met við fleiri enn sløkum 380.000 ferðandi.

Árið byrjar við, at Atlantic Airways ger eina loftbrúgv til Berlin í sam­bandi við EM-endaspælið í hond­bólti hjá monnum í januar, har Før­oy­ar lut­taka fyri fyrstu ferð. Uml. 5.000 føroyingar eru savn­að­ir í týska høvuðsstaðnum, har spæl­ ar­ar og fjepparar fáa eina upp­liv­ ing fyri lívið. Í november/desem­ ber flýgur Atlantic Airways eis­ini A-landsliðið hjá kvinnum í hond­ bólti við fjepparum til Basel í Sveis, har tær somuleiðis luttaka í sín­um fyrsta EM-endaspæli. Enn eitt SÓLATLANTIC REVIEW spring 2026 | 89


DUTY FREE IMPORT

ALLOWANCE Quota for travellers 18 years or older: Kvota fyri ferðandi 18 ár og eldri:

ALCOHOL ALKOHOL

You can bring one of the examples below to the Faroe Islands. Tú kanst taka eitt av dømunum við til Føroyar.

2,25 L

1L

Wine Vín

Spirits Spiritus

4,5L

1L

Spirits Spiritus

1L

Strong Wine Sterkt vín

2,25 L

You can bring only one of the products below to the Faroe Islands. Tú kanst bert taka eina av vørunum niðanfyri við til Føroyar.

2L

200 stk (1 karton / carton)

2L

200 stk (1 karton / carton)

Beer Øl

Beer Øl

Wine Vín

TOBACCO TUBBAK

2L

Beer Øl

Cigarettes Sigarettir

Cigarillos Sigarillos

250 g

Snuff / Tobacco Snús / Tubbak

250 g

Cigars Sigarir

PERFUME, AFTERSHAVE, CHOCOLATE AND SODA

LUKTILSI, RAKIVATN, SJOKULÁTU OG SODAVATN You can bring all of the examples below to the Faroe Islands. Tú kanst taka øll dømini við til Føroyar.

2L

Strong Wine Sterkt vín

Beer Øl

50 g

Perfume Luktilsi

10 L

Beer Øl * Beer Øl <5,8% Wine Vin <15% alc. Strong Wine Sterkt vin 15-22% alc. Spirits Spiritus 22% – 60% alc.

3 kg

Chocolate Sjokulátuvøra

WANT TO BRING MORE? You can bring more duty free goods by paying taxes. You can for example bring 6 bottles of wine (75 cl) in addition to the quota by paying DKK 150 in total. Tú kanst taka størri nøgdir við, um tú rindar toll og avgjøld. T.d. kanst tú taka 6 fløskur av víni á 75 cl við, umframt mest loyvdu nøgdina, um tú rindar tilsamans 150 kr.

Max. allowances Incl. quota Beer up to 5,8% 10 L Wine / Cider up to 15% 9 L Spirits over 22% 3L

25 cl

Aftershave Rakivatn

10 L

Soda Sodavatn

Tax Unit DKK 5 per. 33 cl. can. DKK 33 per. ltr. Vary according to percentage.

Mest loyvdu nøgdir inkl. kvotu. Tollur Eind Øl upp til 5,8% 10 L DKK 5 pr. 33 cl. dós. Vín / Cider up to 15% 9 L DKK 33 per. ltr. Spiritus yvir 22% 3 L Ásett eftir alkoholstyrki.


Onki stress – tínar vørur eru klárar, tá ið tú ert. Vit eru altíð millum bíligastu tax-free handlarnar.

Bílegg á dutyfree.fo


Kalsoy

Welcome to the Mykines

FAROE ISLANDS!

Kunoy

TJØRNUVÍK

Viðoy

KLAKSVÍK

Svínoy

Eysturoy Streymoy

Borðoy

Vágar

RUNAVÍK

SØRVÁGUR

TÓRSHAVN Koltur

Nólsoy

Hestur SKOPUN Sandoy

Think of the world’s population. Now think about how few of these almost 8 billion people have visited the Faroe Islands. You are actually part of a very small and exclusive group of people in the whole world who have the opportunity to visit these small islands in the North Atlantic Ocean. Lucky you! We also feel fortunate to be able to invite you to our country.

Skúvoy

Stóra Dímun

We are pleased you have decided to visit us and we want you to enjoy your stay to the fullest. Following these simple yet essential guidelines will help to ensure an enjoyable and unforgettable journey in the Faroe Islands.

Lítla Dímun

Suðuroy

GUIDELINES: –  Respect and preserve nature, as it is fragile and should be protected for future generations. –  Be mindful of sheep and birds you may encounter in the fields – or on the roads! –  Remember to bring your rubbish with you after hiking in the mountains. –  Be particularly careful when hiking in areas with loose stones and rocks. –  Refrain from walking too close to the cliffs, especially in wet areas when the ground can be slippery. –  Check the weather forecast to see if conditions are favourable for walking/hiking.

EMERGENCY: Dial 112 for any type of emergency assistance anywhere in the country

–  The weather can be unpredictable and change rapidly. It is a good idea to always wear layered clothes suitable for the weather. –  Be thoughtful of the locals and respect their privacy as much as possible. –  If you plan on flying a drone, please read and follow the guidelines on www.visitfaroeislands.com under Plan Your Stay. –  Lastly, remember to close your eyes and take a deep breath of the freshest air in the world! For more information visit www.visitfaroeislands.com

SUMBA

Fugloy


A HJ Ó L Ð R O

BARN A S Í Ð A N B A

R

K

Ó S

L

d aar alsg D r u g r e t e f ti r B ur.ne www.berg

Dugir tú at sí ggja, hvat er á hesi mynd Legg lit á øki ini? ni, ið eru mer kt við einum prikki!

R

Hvussu nógv orð kanst tú finna við 4 ella fleiri stavum? Bókstavurin í miðjuni skal altíð vera við, og hvør bókstavur má bara brúkast eina ferð.

h e im s in s fl ø gg

g r o b i n i l l i v

Finn rætta vegin ígjøgnum villiniborgina.

so sært tú, knini standa fyri, Finn út av, hvat te ir til. ho asta flaggið yr hvat land tað sein

Svar: Somalia (Heimsins fløgg) Skrólar, bólkar, klórar, brósk, bókar, bólka, klóra, lókar, rósar, skról, sólar, brók, bóka, lóka, rósa, sóla, órar (Orðahjól)


KROSS orðagáta

KROSSORÐAGÁTA

eftir Bergur Dalsgaard

ið Martin Joensen hevur 1 Sangur, skrivað, og sum varð framførdur

eitur danska tíðinda­ 4 Hvussu stovan, ið varð stovnað í 1866?

í sendingini »Hoydalar«.

2

býur nakað eystan fyri 5 Enskur Liverpool við umleið 590.000

Hvør býur í Kanada var vertsbýur fyri olympisku vetrarleikunum í 1988?

íbúgvum, haðani kend tón­ leikanøvn sum The Smiths og Oasis koma frá.

nógv vitjaða ferðamál í 3 Hetta Keypmannahavn læt upp 1843,

av blásoppaosti, ið stavar 6 Slag frá einum italskum býi av sama

og er tað næstelsta av sínum slag í heiminum.

bergur

.net 2026

5

1

2

PASSI ANNARS

RÁNDÝR

SÁLMUR

3

FUGLALJÓÐ BYGNINGUR

BÍBL. NAVN

SLAG AV VÍNI

GAGNA OSMIUM

ÓIVAÐ

RÚÐUR

FATAN

MÁTINGAREIND

URGAN

6

BATTARÍ SKORTUR

BEIGGI PAPPAGEYKUR LÆRUGREIN

FLOGFENAÐUR STRÍÐSGUDUR

GNADDAR SKÁL UTTARA

NART

BÓLTFELAG

LONGD

HORNORKESTUR

BRATTLENDI PAKKI MAÐUR OG KONA

MOTORSKIP

SUDOKU

BLÓMA VAKURLEIKARØKT

INDIUM

SEYÐUR

S U d o k u

4

FØ. OYGGJ

LEIÐBEINA SKIP RULLA OG ANNAÐ PRÝÐISLUTUR

RÓMV. TAL

SJÁLVLJÓÐ

navni nærindis Milano.

TÓNI

SLAG AV BILI

HYGG

2 EINS

ÚTLENDINGUR

ROÐSLA

STEINRENNING

VENJA

ATLANTIC REVIEW spring 2026 | 95


Nøvnini á flotanum Fleet names

Airbus 320Neo: RCK Ingálvur av Reyni (1920–2005) varð tann fyrsti abstrakti málarin í føroyskari list. Ígjøgnum sítt langa lív eydnaðist honum at endurnýggja seg sum fáur við franskari list sum leiðar­­ stjørnu. Ein litføgur naturalisma varð á leið 1960 skift út við heldur daprar kubist­isk­ar máln­ing­ar. Frá 1980-árunum kom ein abstrakt ekspressionisma í einum svørtum og drama­ tisk­um út­trykki, sum snýr seg um náttúru og menniskja, kropp og litevni. Heimafturkomin eftir út­búgv­ing í Danmark livdi og virkaði Ingálvur av Reyni alt lívið í Havn. Ingálvur av Reyni (1920–2005) was the first Faroese abstract painter. During his long life and with French art as his leading star, he was able to renew himself as few others can. A colourful naturalism was replaced with a dark, brooding cubism around 1960. An abstract expressionism, dominantly black and dramatic, dealing with nature and people, body and colour, followed in the 1980s. After returning home on finishing his education in Denmark, Ingálvur av Reyni lived his whole life in Tórshavn.

Airbus 320Neo: RCL Tita Vinther (1941–2019) ognaði sær holla vitan um føroyska og norrøna ullarmentan, virkaði úr lagdi, litaði við mosa, korka, skónum og plantum. Hugfloygda myndaveving hennara er eyðkend av, at føroyska ullin kemur til sín rætt. Við støði í brúksvevnaðinum menti hon eina fríari listaliga heild, har mynstur og myndandi formar úr siðbundnu ullarmentan føroyinga vóru berandi lutir. Umframt ull tók hon upp annað tilfar – eitt nú tagl og mannahár. Tita var fødd í Finnlandi, vaks upp í Danmark og Finnlandi, búsettist 20 ára gomul í Havn og virkaði her restina av lívinum. Tita Vinther (1941–2019) spent a lifetime studying Faroese and Nordic wool culture. She worked wool from unprocessed tufts to pieces of art using moss, lichen and plants as dye. Her imaginative pictorial weaving gave Faroese wool pride of place. From a background in craft weaving, Tita developed a free artistic whole. Patterns and shapes from traditional Faroese wool culture became the backbone of her approach. In addition to wool, the artist used materials like switch and human hair. Tita was born in Finland, grew up in Denmark and Finland, moved to Tórshavn aged 20 and worked in the archipelago the rest of her days.

Airbus 320: RCJ William Heinesen (1900–1991) er víða gitin sum rithøvundur og telist millum teir stóru í norður­lendskum bókmentum. Hann lýsti sína list sum „myndakrutl“, men hon er meir enn tað. Fyri tað mesta nýtir hann litkrit í fyrstu verkunum og avmyndar romantiskt huglag úr føroyska fjalla­heiminum, gykl um tann alheim, ið fólkatrúgv hevði skapt, og speiskar samfelags­við­merkingar. Tey seinastu tíggjuáraskeiðini koma evnini til pappírsklipp til sjóndar, har hugflog og prýðing og litfagnaður sameinast. Eitt høvuðs­verk er mynd­prýð­ing­ in av kommunuskúlanum í heimbýnum Havnini. William Heinesen (1900–1991) is best known as an author, one of the great in Nordic literature. He saw his art as nothing but drawing pictures, but there is more to it. Pastels dominate the early works, which motifs are the romantic ambience of Faroese mountainscapes, phantasies from local folklore and satirical social commentary. During his last decades, his paper cuttings blossomed, where fabulation, decoration and a love for colour are united. His magnum opus is the decoration of a municipal school in his hometown, Tórshavn.

96 | ATLANTIC REVIEW spring 2026


LÜTZEN

1919–1995

Airbus 320: RCM Elinborg Lützen (1919–1995) var tann fyrsti og leingi tann einasti grafikarin í føroyskari list. Henni dámdi best at arbeiða við linoliumsskurði, og úr tí fekk hon gandað eitt ríkidømi við ymisk­ari skurð­tøkni og avbrigdum av svørtum. Frá ekspressionistiskum ævintýramyndum flutti lista­kvinnan seg yvir í klassiskt úttrykk við myndevnum úr bygdum og gerandis­ degnum. Seinni fór hon yvir til surrealistiskar gyklmyndir úr einum duldarfullum undir­heimi, ofta niðan­sjóvar: Føroyar undir vatnskorpuni. Listakvinnan livdi og arbeiddi megin­part­­in av lívi sín­um í Klaksvík. Elinborg Lützen (1919–1995) was the first and for a long time the only Faroese printmaker. Her favoured technique was the linocut, from which she elicited great riches with a varied cutting technique and black tones. From expressionistic fairy tale pictures, she moved over into a classic expression of motifs of villages and common life. These were followed by surrealistic phantasies of a mythic underworld, often under-sea: Submarine Faroes! The artist lived and worked for most of her life in Klaksvík.

Agusta Westland 139: OY-HIH Ruth Smith (1913–1958) er koloristurin í fyrsta føroyska málaraættarliðinum. Fyrst og fremst var hon impressionistur, sum eymliga lýsti, hvussu litir koma til lívs í ljósi. Ein sterkur og livandi málingarháttur ber samstundis boð um eitt sinni við spenningi í. Á tann hátt vórðu náttúra og sinnalag bregdað saman í eina hægri eind í hennara list. Eftir lokna útbúgving í Danmark búsettist Ruth Smith saman við húskinum í Suðuroy. Sum listafólk livdi hon í einingi, og hon andaðist brádliga undir umstøðum, eingin kennir til fulnar. Ruth Smith (1913–1958) is the colourist among the first generation of Faroese painters. An Expressionism with a fine sense of portraying the play of colours in light was her point of departure. An intense and expressive painting style is at the same time a testimony to a tense disposition. In this way, nature and mind meet in her art in a higher unity. On finishing her education in Denmark, Ruth Smith settled with her family in her home island of Suðuroy, where she lived as an isolated artist and died unexpectedly under unsolved circumstances.

Agusta Westland 139: OY-HIL Sámal Joensen-Mikines (1906–1979) er tann fyrsti veruligi, føroyski listamálarin. H já honum fær listin sína egnu rødd við havi og bygd, jarðarferð og grindadrápi, ið verða lýst í máttmiklari ekspressionistiskari naturalismu stundum við ávirkan úr romantikki og symbolismu. Inn í ávirkanina frá Edwardi Munch leggur hann eina stranga og náttúruvakra tyngd í eitt egið – og føroyskt úttrykk. Mikines varð útbúgvin í Danmark, har hann búði meginpartin av lívinum, og har fekk hann eisini tilnevnið eftir oynni, har hann vaks upp. Sámal Joensen-Mikines (1906–1979) is the first major painter in Faroese fine art. In him Faroese art gains its own voice; ocean and villages, funerals and whale hunts are depicted in a forceful expressionistic naturalism that encompasses both romantic and symbolic touches. He combines an influence from Edward Munch with a tight objectivity and weighty quality in a personal – and Faroese – expression. Mikines was educated in Denmark, where he also lived for most of his life and where he received his nickname, a reference to his home island, Mykines.

ATLANTIC REVIEW spring 2026 | 97


Flotin / Our Fleet

Flogleiðir Routes

AV REYNI 1920–2005

OY-RCK (INGÁLVUR) Type: Seats: Engines: Length: Wingspan: Max Speed: Max Range:

S/N 8918 Airbus 320-251N 174 2x CFM LEAP 1A26 37,57 m 35,80 m 833 Km/h 6.500 Km

VINTHER

Textile artist1941–2019

OY-RCL (TITA) Type: Seats: Engines: Length: Wingspan: Max Speed: Max Range:

S/N 10006 Airbus 320-251N 174 2x CFM LEAP 1A26 37,57 m 35,80 m 833 Km/h 6.500 Km

HEINESEN

OY-RCJ (WILLIAM) Type: Seats: Engines: Length: Wingspan: Max Speed: Max Range:

S/N 7465 Airbus 320-214 174 2x CFM56-5B4/3 37,57 m 34,10 m 911 Km/h 4.800 Km to 5.700 km

OY-RCM (ELINBORG) Type: Seats: Engines: Length: Wingspan: Max Speed: Max Range:

S/N 05084 Airbus 320-214 180 2x CFM56-5B4/3 37,57 m 34,10 m 911 Km/h 4.800 Km to 5.700 km

SMITH

1913 –1958

OY-HIH (RUTH) Type: Built: Engines / power:

SN: 31718 Agusta Westland 139 2015 2 stk. Pratt & Whitney PT6C-67C

(2 x 1862 SHP)

Lenght: Lenght fuselage: Width: Height: Main rotor diameter: Weight, empty: Weight, fully loaded: Max. speed: Normal speed: Max. altitude: Passengers:

16,42 m 13,52 m 2,26 m 4,98 m 13,80 m 4.600 kg 7.000 kg 310 km/t 259 km/t 6.096 m 15

OY-HIL (SÁMAL) Type: Built: Engines / power:

SN: 31722 Agusta Westland 139 2015 2 stk. Pratt & Whitney PT6C-67C

Lenght: Lenght fuselage: Width: Height: Main rotor diameter: Weight, empty: Weight, fully loaded: Max. speed: Normal speed: Max. altitude: Passengers:

(2 x 1862 SHP)

16,42 m 13,52 m 2,26 m 4,98 m 13,80 m 4.600 kg 7.000 kg 310 km/t 259 km/t 6.096 m 15


Reykjavík Føroyar

Oslo

Aalborg Edinburgh

Billund Keypmannahavn

London París

Barcelona Mallorca

Tenerife Gran Canaria


FREE WIFI GOOD COFFEE SHOPPING (TAX FREE) RESTAURANTS SOUVENIRS

OPENING HOURS The shopping centre of the Faroe Islands SHOPS: Mon-Thu: 10.00-18.00 Friday: 10.00-19.00 Saturday: 10.00-18.00 RESTAURANTS: Mon-Sat: 09.00-21.00 Sunday: 12.00-22.30


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook