



07 Vestur

Stovnað: 6. novembur 2007
Heimavallir:
Dungasandur í Sørvági
Valloyran í Sandavági
Postadressa:
Dungasandur 4, Sørvágur
Telefon: 590707
Telefax: 333550
T-postur:
E-postur: 07vestur@07vestur.fo
Heimasíða: www.07vestur.fo
Formaður:
Stovnað: 6. novembur 2007
Heimavallir:
Dungasandur í Sørvági
Valloyran í Sandavági
Postadressa:
Dungasandur 4, Sørvágur
Telefon: 590707
Telefax: 333550
T-postur:
E-postur: 07vestur@07vestur.fo
Heimasíða: www.07vestur.fo
Formaður:
Navn: Maxwell Michael Effiom
Føddur: 5. november 1999
Hædd: 174 cm
Vekt: 68 kg
Pláss á vøllinum: Miðja/vongur
Besti matur: Høsnarungi við rís
Heimsins besti fótbóltspælari er: Messi
Onnur feløg tú hevur leikt við: Sandnes Ulf og Skeid
Hvør er tann stuttligi á liðnum: Kevin
Jón Nordendal
Jens Kristian Haraldsen
Næstformaður
Hvør er pressarin á liðnum: Kollektivt
Besti tónleikabólkur: Afro beat
Jens Kristian Haraldsen
Ingi Solberg
Skrivari:
Besti filmur/seria: Comedy show
Rannvá Gásdal
Finnbogi Niclasen
Peningarøkil:
Jóna Jacobsen
Ingibjørn Johannesen
Nevndarlimir:
Nevndarlimur:
Egil Petersen
Jón Nordendal
Eyðvør Petersen
Ove Heinesen
Ábyrgd:
Rógvi Jacobsen
Fróði Poulsen
Ábyrgd:
Blaðbólkur:
Fróði Poulsen
Ingolf S. Olsen
Blaðbólkur:
Jóanis Albert Nielsen
Fróði Poulsen
Ingolf S. Olsen
Uppseting:
Jóanis Albert Nielsen
Regin Davidsen
Uppseting: Regin Davidsen
Erligt talt, so var reaktiónin uppá tíðindini um venjaraskiftið positiv hjá teimum allar flestu. Málsetningurin um at náa topp 4 skal ikki yvirrula, at okkara egnu leikarar fáa spælitíð og harvið gerast klárari til fast pláss á liðnum. Sjálvandi er tað ein balansugongd, tí vit skulu spæla í bestu deildini hvørt ár. Til tað mugu vit í løtuni hava útlendskar leikarar, men tað má vera leikarar, sum eru á væl hægri støði enn okkara egnu. Lokalir og loyalir leikarar sum m.a. Eiler og Jóannes skulu ikki sita á beinkinum, meðan hálvvánaligir leikarar við eitt-ára sáttmála fáa tíð at útvikla seg á vøllinum.
Venjarin hjá okkum eitur nú Dan Brimsvík. Tað gekk kanska ikki sum hann og B36 høvdu ætlað hetta kappingarárið, men hann virkar til at vera ein klókur og sympatiskur venjari. Spennandi verður at síggja, hvørjar broytingar hann ger í liðuppstillingini. Vónandi stórar. Nú hava vit so nógv stig, at vit ikki flyta niður í ár – hvat við at brúka dystirnar sum eftir eru, til at gera lokalu leikararnar klárar til komandi ár? Geva teimum massar av spælitíð. Lova teimum at føla, hvussu tað er at spæla í bestu deildini, so teir blíva enn meira klárir til framtíðina. Hava sum mál, at arbeiða eitt lið saman, sum verður á bananum í nógv ár framyvir.
Hesaferð vitjar ÍF, sum liggja aftast við trimum stigum. Sjálvandi skulu vit vinna, men tað er kanska ikki bara bara. B36 kláraði akkurát at vinna 3-4 ímóti teimum seinast, so teir lukta allarhelst blóð. Okkara dystur á Skála var einki at reypa av, men vit vunnu so, og tað eru stigini sum telja. Og her på falderebet skal rós ljóða til Hans Erik Gunnarson og Emil Pedersen, sum hava hildið støðið ígjøgnum alt kappingarárið, og styrkja væl um liðið hjá okkum.
Góðan dyst og koyr á 07Vestur!
jon@lbf.fo
Jóhannesarson
Magnusarson
andanum uppi ,tá úrslitini mangan hava verið løk, men blaðið er komið út til hvønn heima
fótbóltinum
Maskinverkstaður
Umvælingar av hydraulikstemplum
Framleiðsla av hydraulikslangum
Koyrandi tænasta
Nielsen
Grannskoðan // Ráðgeving // Bókhald // Roknskapur
í Sandavági
Finn meg á
Tlf: 213577
Lastvognskoyring v/ Erhard Dam
Sandurin í Sandavági var nógvar ferðir størri fyri 100 árum síðan, enn hann er í dag. Í 1930-árunum, var
farið at byggja sethús í bygdini úr betong, tí tað gekk so striltið at fáa timbur til húsabygging. Og til tað endamálið varð nógvur sandur tikin upp gjøgnum árini.
Jan Erik Simonsen
Bretar hersettu Føroyar og komu í Vágar í 1942. Teir avgjørdu, at her skuldi hernaðastøð teirra vera. Og teir skuldu byggja oynna út. Sjúkrahús skuldi byggj-
Brim í Sandavági hin 14. januar í 2020.
Myndir: Jan Erik Simonsen
ast í Sandavági, flogvøllur í haganum í Sørvági og flúgvarabeding við Vatnið, umframt at koyrivegir skuldu gerast, og havnirnar í Miðvági og Sørvági skuldu taka ímóti skipum og farmi hjá bretum. Til alt hetta var ein stór mongd av sandi tikin av sandinum í Sandavági. Bretar søgdu, at sandurin har var nógv reinari enn í hinum bygdunum í oynni, og komst hetta av at Sandavágur er brimpláss. So at teir kundu ongan annan sand brúka til útbyggingar, mettu teir.
Umframt hetta stóð fyrri bátahylurin í Sandavági í gerð undir krígnum, og hesin stóð liðugur í 1945.
Alt hetta gjørdi at sandurin í Sandavági minkaði eyðsýniliga. Har var næstan ikki urð at síggja, samanborið við í dag.
Fyrstu eygnavitnini til skipsvrakið Tað var rættiligt ódnarveður um ársskiftið 1946/47 og nakað inn í nýggja árið. Í Sandavági var ógvusligur brimgangur, eitt tað mesta menn høvdu sæð í fleiri ár.
Sandurin í Sandavági er nógv minkaður. Fyrr í tíðini rakk hann heilt niðan til neystini. Tá var næstan eingin urð. Ovaru myndirnar frá aldarskiftinum 1900. Myndir: Tjóðsavnið & Jan Erik Simonsen
Stórur partur av sandinum var burturskolaður. Og mógvur, ístaðin fyri sandur, sást so langt út, sum á hægstu fjøru. Aðrastaðni sást nakin urð. Stór trø sum lógu føst í mógvinum, vóru komin undan. Hetta var heim ímóti bygdini, har sum Kirkjugarðsbrúgvin var gjørd við gamla kirkjugarðin. Í dag liggur grótkast frammanfyri.
Sama skilið var inni í ósanum við Eyðansurð, og urðin kom undan har, sum vanligt var, tá ódnaveður og brim var. Men hendan dagin, hin 27. januar í 1947, var øðrvísi. Tí nú sást fyrst eitt hampiliga stórt træpetti stinga upp millum urðargrótið í Eyðansurð. Fyrstur at leggja merki til hetta, var 27 ára gamli Karl Edvard Hansen í Heygnum. Søgnin um fransaskipið, sum varð søgd í bygdini
ígjøgnum fleiri ættarlið, rann honum tá í huga.
Løtu seinni sær ein annar drongur, 17 ára gamli Magnus Magnussen, at har stóðu fleiri trø á rað upp í urðini í aldubrotinum. Teir taldu hendan dagin ellivu slík trø, sum komu undan, tá sjógvurin fjaraði. Teir telgdu í trækubbarnar, ið vístu seg at vera eik, sum er glashart at telgja í.
Og hesir ungu menninir vóru samdir um, at hetta mundi vera skipið, sum søgnin í bygdini segði frá, fransaskipið.
Síðst í januar var streymurin góður, so trøini í urðini stóðu heilt turr á hægstu fjøru. Men næsti streymur var framúr harður, og tá fjaraði okkurt um 5 metrar oman um vrakið, so ta vóru góð líkindi at kanna hetta merkisverda fundið, (framhald á síðu 18.)
Maskinverkstaður
Umvælingar av hydraulikstemplum
Framleiðsla av hydraulikslangum
Koyrandi tænasta
Vit veita eisini vegleiðing í sambandi við betongsløg og styrki
Blandistøðin er góðkend av Norska Kontrollrådet
Klima veitir loysnir og stýrisskipanir til hita og ventilatión, orkuskipanir, el-innleggingar, IBI, CTS, BMS, ávaringarskipanir og brunaskipanir.
Haraftrat veitir Klima tænastur og viðlíkahald av hesum skipanum.
Leikari:
Elvio Gelmini
Peter Ullum
Gundur Petersen
Tonni Thomsen
Dánjal á Lakjuni
Staravegur
Karl Løkin
3258
Jákup Nolsøe
spekt@spekt.fo www.spekt.fo
Bogi Reinert-Petersen
Uros Stojanov
Kasper Sommerstedt
Tóri Olsen
Jhon Mena
Jóhann Højbro
Rúnar Johnsson
Akselsen 17
Venjari: Dan Brimsvík
Ring ella les meira um okkara heildarloysnir á www.spekt.fo Heildarloysn til kappingarføran prís lætt og ómakaleyst XBRL, skatt, bókhald, MVG, roknskap og annað
Petur Meinhard Lundsbjerg
Elias Lervig
Ruben Nielsen
Bergur Jacobsen
Markus á Lakjuni
Hans Jákup Lervig
Tóri Traðará
Venjari: Jákup Martin Joensen
Lat upp við Fingramerki, Pinkotu, Lyklakorti, Lykli og App
kr. 3.990,- 55 00 55
AGA - Føroyar er veitari av øllum gasssløgum innan heilsuøkið og ídnaðarvinnuna. Øll gasssløg og gassútgerð eru av merkinum AGA, Kosangas og Sievert. Innan ídnaðarvinnuna hava vit eisini umboð uppá alla sveisiútgerð, elektrodir o.a av merkinum ESAB. Innan hotel og matvøruídnaðin umboðað vit FAGOR. Grillir og grillútgerð er frá Napoleon, sum vit eisini hava umboð uppá.
Tá tú ert á ferð
Maskinverkstaður
Umvælingar av hydraulikstemplum
Framleiðsla av hydraulikslangum
Koyrandi tænasta
Eyðansurð er komin undan eftir brim og sæst væl hendan dagin á høgari fjøru.
Mynd: Jan Erik Simonsen.
hesar træstubbarnar, sum stóðu upp úr sandinum.
Søgnirnar um fransaskipini, sum strandaðu Í Sandavági livdu tvær søgnir millum manna, um tvey fransaskip, sum skuldu vera rikin inn á sandin í Sandavági. Søgnin um tað fyrra skipið er heldur
Vinstrumegin frá: á Mýrini, Norðan fyri Garð, Bartalsstova, Eyðansstova og eitt petti av Haraldsstovu kemur uppá uttast høgrumegin. Umframt hjallar og hoyggjhús. Fyrra Eyðansstovan, stóð longur oman, enn tann
Eyðansstovan á myndini. Eyðansstovan brendi í grund í 1956, tá eldur kom í Haraldsstovuhandilin, ið stóð við síðuna av (húsini Norðan fyri Garð).
Myndaeigari: Jákup Pauli í Eyðansstovu.
kám. Hon sigur at skipið rak á land í urðini inni við ósan. Skiparin nevndist Eyðun og eftir honum fekk urðin navnið Eyðansurð, og ber hon sama navnið enn í dag.
Søgnin sigur eisini, at Eyðun búsettist í Sandavági. Hann skuldi fyrst byggja sær hús inni við gomlu Giljarætt. Tilfarið til húsið segðist vera timbur frá skipsvrakinum. Seinni segðist hann flyta haðani av ókendari orsøk og bygdi so Eyðunsstovu, ella Eyðansstovu, sum húsini seinni vóru kallað.
Fyrra Eyðansstovan varð tikin niður við undantaki av glasstovuni. Hon varð flutt í heilum líki, og gjørdist síðani køkur ella roykstova í nýggju Eyðansstovuni, - tann á myndini. Sagt var, at brettini, sum komu úr gomlu Eyðansstovuni, vóru úr serligum, merkisverdum tilfari. Tey vórðu endurnýtt í roykstovuni í nýggju Eyðansstovu. Brettini vóru rein, hvít og ómálað, og ikki fanst kvistur í nøkrum bretti. Brettini vóru sjáldsom og vøkur á at líta. Tey vóru 18 tummar breið. Umleið síðst í 1930-árunum var roykstovan endurnýggjað og hesi gomlu merkisverdu og søguligu brettini vóru niðurtikin, og smíðað varð av nýggjum við vanligum panelviði.
Eyðun gjørdist festari til eina mørk í kongsjørð. Onnur hálvmørkin lá Giljamegin, inni við “Straplið”, har sum hann av fyrstan tíð skuldi byggja við timbri frá strandaða skipinum. Hin hálvmørkin lá Steigamegin. Løgmansbøurin gekk niðan við markinum hjá Eyðuni. Eitt gil skilti jarðarlutirnar sundur, og eitt petti har nevndist “Eyðunsprógv”.
Seinna skipið, sum søgur ganga frá, strandaði á sandinum í 1800-talinum, og kann neyvan kallast søgn, men søga. Tí teir elstu menninir í bygdini í 1947 mintust hendingina. Hetta var eitt fransaskip, sum var rikið inn á Sandavág og strandað. Við skipinum vóru 9 mans. Teir vórðu verandi í bygdini allan veturin
Mynd frá 1950-árunum. Í 1947 var so nógvur brimgangur í Sandavági, at stórur partur av sandinum var burturskolaður. Og mógvur, ístaðin fyri sandur, sást so langt út, sum á hægstu fjøru. Aðrastaðni sást nakin urð. Úr myndasavninum hjá Jesari Hansen / Sandavágs Fornminnafelag.
eftir hetta og búðu ymsa staðni. Tríggir búðu hjá teimum Norðan fyri Garð hjá sýslumanni Zakaris Nielsen, tveir búðu í Bartalsstovu, tveir búðu hjá Símun Jógvani við Ánna og tveir búðu í Eyðansstovu.
Hetta skipið fingu menn út aftur. Teir bundu kíkar undir loringina og aðrastaðni, til tað flotnaði. Kíkarnar fingu sandavágsmenn ongantíð aftur. Eftir hetta nevndu teir gomlu skipið fyri “Kíkareyvin”. Skipið varð selt til Suðuroyar. Mortensens menn á Tvøroyri keyptu
tað og høvdu tað í mong ár siglandi við vørum til úthandlarnar á bygd, sum teir samstarvaðu við. Aftaná at skipið var komið til Suðuroyar, varð tað vanliga nevnt “Fransurin”. Rovini av tí sigast at liggja á sandinum í Trongisvági í 1947.
Sandavágs søga nevnir eisini skip sum fara á land Í 1963 nevnir Ludvík Petersen tvær hendingar við skipum, farin á land í Sandavági.
Fyrst søgnina um skipsvrakið í Eyðansurð, har gitingar eru frammi í tíðini um ein íra ella finna, sum var við skipinum og sum skuldi eita Eyðun. Men stórur ivi var um, um hetta hekk saman.
Tann næsta hendingin er søga og eftirfarandi. Skipið Maria rak á land við Trøllkonufingur hin 8. januar í 1707. Skipari var William Miller.
Ein triðja søga er eisini um bretskan mann, sum búði í Sandavági um leið 1680. Hann lærdi sandavágsfólk at lita við steinamosa. Hesin bretin var komin av einum skipi.
Í 1947 vóru uppsløg hongd upp í bygdini, har boðað varð frá, at ætlanir vóru um,
(framhald á síðu 20.)
(framhald
at fara at grava skipsvrakið upp, og øll í bygdini, ið sóu seg før fyri tí, vórðu biðin um at koma at hjálpa til.
Hin 7. februar byrjaðu sandavágsmenn at grava burtur frá skipsvrakinum, og tá vísti tað seg at vera sum av fyrstan tíð hildið. Hetta vóru bondini á einum skipi, og síðan út ímóti sjónum var komin undan.
Mát vóru tikin, áðrenn flóðin kom, og hendan dagin gróvu menn 29 føtur, t.e. 9 metrar eftir longdini á skipsvrakinum. Breiddin á skipsvrakinum, var á einum stað máld til 2,69 metrar. Tað breiðasta bandið, sum tann dagin var undan, máldi 7,5 tummar, t.e. 20 cm, mált á tí síðuni sum er inn ímóti garneringini.
Grivið varð niður á plankar í uttara borði, og teir vóru 2,5 tummar tjúkkir. Garneringin var um leið ein og kvart
tumma til ein og hálvan tumma til tjúkdar. Eitt stykki av einum bandi, sum menn hendan dagin fingu leyst, var 191 cm langt
Tá telgt var í bandið, vísti tað seg at vera púra frískt og glashart. Menn mettu, at hetta var eik ella teak. Tjúkdin á hesum bandi var 6 tummar x 6,5 tummar. Skipið var soymt við trænaglum. Í hesum stykkinum av bandi vóru 16 trænaglar, 1,5 tumma tjúkkir.
*hálv alin = 12 tummar // 1 fótur = 31,385 cm // 1 tummi = 2,615 cm
Við stórari manning og taljum, í hørðum streymi við høgari fjøru, var ætlanin at fáa skipsvrakið upp, helst í heilum líki.
Tað fór sum ilboð um alla bygdina, at koma at hjálpa til niðri á sandi. Men trupult var, tá flóðin uttan náði floymdi inn yvir aftur, tá sjóvarfallið vendi. Mynd frá 1954. Úr myndasavninum hjá Jesari Hansen / Sandavágs Fornminnafelag.
Hetta mettu teir hevði stóran týdning fyri eftirkanning av tíðarskeiðinum, nær skipið varð bygt og hvørjum bygningshátti hetta søguliga skip varð bygt eftir.
Leygardagin hin 8. februar í 1947 kom fornfrøðinugurin Sverri Dahl vestur við Smiril. Hendan dagin fóru menn aftur at
Karl Edvard Hansen og Jóan Jakku Simonsen við hvør sínum bandi frá skipsvrakinum. Trænaglarnir síggjast stinga út. Mynd frá 1954. Úr myndasavninum hjá Jesari Hansen / Sandavágs Fornminnafelag.
grava, og Sverri fekk tá gjørt týdningarmiklar uppmátingar av skipinum.
Nú skipsvrakið hevði verið undir kønari hond av Sverra Dahl, varð bíðað í spenningi eftir niðurstøðuni frá fornfrøðinginum.
Men tá skipsvrak var funnið í Eyðans
Millum ár og dag, eru fleiri lutir komnir undan kavi á sandinum í Sandavági, og í flestu førum eftir nógvan brimgang. Úr myndasavninum hjá Jesari Hansen / Sandavágs Fornminnafelag.
(framhald á síðu 24.)
(framhald av síðu 21.)
urð, var prógv fingið fyri, at tað, sum fram til í 1947 bara var ein søgn, nú var vorðið veruleiki og partur av Føroya søgu.
Aðrir lutir funnir á sandinum, Eyðansurð og Inni í Urð
Um leið 1887 fann Jóan Jakku Johansen á Mýrini (f.1877) ein stóran koparring ella koparkrans í Urðini. Kransurin var í minsta lagi ein metur í diametur og millum kvart tumma og hálvan tumma tjúkkur. Í støðum vóru hol í hesi stóru rundu koparplátu, sum seymir helst høvdu verið í.
70 ára gamli, Jóan Jakku á Mýrini segði, at tað kundi hugsast at hesin koparkransur hevur ligið um eina skipsmastur annaðhvørt uppi við klónna, ella eisini har bummurin ber ímóti mastrini, og hevði tað endamál, at verja mastrina ímóti sliti.
Kransurin er ikki til meira, tí Zakaris Nielsen, sýslumaður, fór avstað við hesum luti og seldi hann til ein jarnsmið í Miðvági.
Í 1892 var ein koparpottur funnin Inni í Urð, og hesin varð eisini seldur. Símun Simonsen, jarnsmiður í Sandavági, keypti pottin. Bróðir Símun, Hans Uppi í Húsi, ið var hegnigur maður, var tá í ferð við at byggja hús síni. Frá bróðrinum fekk Hans eitt petti av pottinum at gera hongsl til vindeyguni. At tilfarið í pottinum, sum var rikin upp á land, hevur verið gott gekk sjón fyri søgn, tí 55 ár seinni vóru hongslini líka góð og sum fyrsta dagin.
Tá hesir báðir lutir vóru funnir, visti, sum vituligt var, eingin um skipsvrakið í Eyðansurð, men tey kendu til søgnina.
Fyrst í 1940-árunum fann fyrrnevndi Karl Edvard í Heygnum eitt horn, ein lúður ella okkurt líknandi. Hetta var funnið í mógvinum væl omanfyri og nakað innari enn har, vrakið varð funnið.
á Lofti var føddur 10. august í 1891.
Hann gav sær ikki stórvegis far um tað, men rykti hornið leyst úr mógvinum. Tað vísti seg tá at vera eitt blankt gevind á øðrum endanum, so tað kundi bent á, at hin parturin lá eftir í mógvinum. Men seinni fanst ikki aftur á hetta staðið.
Eisini fann Karl Edvard eitt tinkrúss við føstum loki í Eyðansurð. Á hesum krússi var árstali 1790, trý horn og eitt í kundi líkst einum kongainnsigli, grivið í. Hetta tíðarskeiði var Christian sjeyndi kongur í Danmark.
Petur Heinesen á Lofti greiðir í 1967 frá um Eyðansurð
Teir gomlu søgdu altíð, at teir høvdu hoyrt, at tað var eitt skip farið har. Men tað var so langt síðani, at eingin vildi halda, at tað mundi vera satt.
So eina ferð (1947), nú var so øgiligur brimgangur, tá komu rovini undan, altso bondini.
Her fara menn og børn avstað við tí partinum av kjølinum, ið fingin var upp úr sandinum. Mynd frá 1954. Úr myndasavninum hjá Jesari Hansen / Sandavágs Fornminnafelag.
Og so varð farið í holt við at grava, tað gekk so smáliga, tí tað var so nógv urðargrót, sum lá omaná vrakinum, tí hetta skipsvrakið lá í eini urð, kallað fyri Eyðansurð. Teir gróvu fleiri ferðir, og roynt var hvørja ferð harður streymur var og harvið høg fjøra.
Eina ferð fingu teir ovaru helvtina upp.
Teir høvdu vundi tunnir fastar í vrakið, tómar tunnir, ið vóru proppaðar. Og tá flóðin kom, flotnaðu tunnurnar og lyftu upp á tann mátan part av vrakinum upp. Tað vil siga, eina skipssíðu og bondini. So teir hava rivið tað síðuna upp, sum sást. Og kjølin fingu teir eisini upp tá. Men niðara síða hon liggur har onkustaðni enn. Kjølurin, sum kom upp ella tann parturin av honum, kom at liggja á Valloyruni, greiðir Petur á Lofti frá.
Petur ringdi til Sverra Dahl, og hann kom vestur. Ætlanin hjá Sverra var, at hann skuldi senda stykkir av viði niður til Danmarkar. Hann máldi eisini upp og skitseraði tað, sum var tikið upp úr
sandinum. Hann segði tað, at um hann hevði fingið teknað upp eitt ordiligt modell av skipsvrakinum, so kundi tað staðfestast, hvaðani skipið varð, í hvørjum landi skipið var bygt. Men vit her í Sandavági hoyrdu einki meira um hetta úr Havn.
Bondini sum komu frá skipsvrakinum blivu løgd til síðis í einum neysti, Niðri á Neystum. Eg haldi, teir mundu senda nøkur stykki til Havnar á Forngripasavnið. Og kjølurin hann er, sum sagt her í bygdini, inni á Valloyruni. Men tað var eingin jarnnagli í skipinum, alt var trænaglar. So tað hevur verið gamalt.
Men Ludvík Petersen skrivar í Sandavágs søgu (1963) um Eyðansurð og søgnina, at maðurin var skipari á hesum skipið, og hann æt Eyðun. Og tað var so sagt, at Eyðun skuldi giftast og var bóndi í Eyðansstovu.
Men Ludvík prógvar tað í Sandavágs søgu, at hetta navnið kemur frá kongsbókini, at tað er ikki haðani av skipinum,
(framhald á síðu 26.)
at hesin maðurin kemur, men at tað er eldri. Ludvík heldur, at hetta navnið Eyðun, er komið frá Eidin, og tað er eitt elligamalt føroyskt navn.
Og víðari í Sandavágs søgu verður sagt, at maðurin kom úr Írlandi ella Finnlandi. Men Petur hevði altíð hoyrt, at skipið kom úr Hollandi ella Belgia.
Seinast grivið varð eftir skipsvrakinum,
man vera um leið 10 til 15 ár síðani, soleiðis greiðir Petur á Lofti frá í 1967.
Menn fóru at grava og tá síggja teir botnin á einum skipi, allan botnin sum (framhald
Ferdinand Heinesen greiðir frá um skipsvrakið í 1972
Tað var so øgiliga nógv meira sandur, tá Ferdinand var smádrongur og ungur. Sandurin var so stórur, at hann mundi strekkja til tveir fótbóltsvøllir
Eitt skip fór á land innanvert við Sjóberið, segði søgnin, men fleiri vildu træta tað til lygn, at tað var ikki so.
Eitt bóndahús í Sandavági, sum kallaðist Eyðansstovan, hevði verið til so leingi, sum fólk kann minnast. Tað skuldi vera skiparin á hesum skipinum, sum strandaði í urðini, sum bygdi húsini.
Fólk hevur ikki viljað trúð hesum, summi kanska eitt sindur, onnur slett ikki.
Men nú einaferð eftir seinna verðinskríggj, tá kom ein ódn, ein brimódn. Eingilsmenninir høvdu tikið sand av sandinum til flúgviplássið úti í Sørvági og sandurin var so øgiliga nógv minkaður.
Nú tá ódnin var av, tá kemur eitt skipsvrak undan í høgari fjøru við hørðum streymi, har innanvert við Sjóberið.
Teir fóru ov harðliga til verka, tá teir fingust við skipsvrakið, helt Ferdinand Heinesen. Men hvønn dag var kapprenning við sjóvarfallið og flóðina, hvønn dag. Mynd frá 1954. Úr myndasavninum hjá Jesari Hansen / Sandavágs Fornminnafelag.
hann var. Tað var so skilligt sum tað kundi vera.
Men teir vóru í so harðligir, tí teir vildu hava tað so skjótt upp, áðrenn flóðin kom aftur. Og so brúktu teir harskap og teir brutu so skipið í helvt.
Onnur helvtin bleiv drigin niðan, og kjølurin kom at liggja á Valloyruni, har fótbóltsvøllurin er. Nú (í 1972) hava teir tosað um at fáa kjølin inn og varðveita hann onkustaðni.
Ein blokkskiva hevur verið í húsunum hjá okkum, har niðri hjá pápa, (hjá Nikodemusi hús 19), ígjøgnum alla tíð eg kann minnast, og alla abba’sa tíð, so leingi sum hann kann minnast. Tey hava brúkt blokkskivuna til strástein (á rokki).
Og tað var ein skiva, sum skuldi vera av
Marius Pauli (f. 1943) hevði verið niðri á Sand sum smádrongur, og hevði ognað sær hetta pettið av skipsvrakinum. Omman Mia var ikki blíð, tá hann kom niðan á Merkurnar við træpettinum, tí tað skuldi merkja óeydnu at koma til hús við slíkum, søgdu tey gomlu. Mynd: Sonja Thomassen.
mastrini á skipsvrakinum í Eyðansurð. Men um tað er so, tað vita vit ikki.
Men hatta er tað sum altíð hevur verið sagt her hjá okkum, greiðir Ferdinand Heinesen frá í 1972.
Sum áður nevnt var Sverri Dahl í Sandavági hin 8. februar í 1947. Hann gjørdi uppmátingar, og staðfest varð at skipið var um leið 12 metrar langt. Roynt var at fáa nakað upp, meðan Sverri var á staðnum, men hetta miseydnaðist, tí tað skolaði sjógvur og sandur inn yvir aftur á flóðini.
Í 1947 var Føroya Fornminnissavn ikki sett á stovn og farið til verka. Men fornfrøðingurin Sverri Dahl var tó boðin til Sandavágs. Menn úr bygdini hjálptu til við at fáa stykkir av skipsvrakinum til Havnar á goymslu. Og 70 ár seinni, stendur ein plattur av viði á goymslu hjá Tjóðsavninum.
Í 2000 las Klæmint Østerø, verkfrøði á Aalborg Universiteti. Hann gjørdi kanning av einum petti av viðinum frá skipsvrakinum í Eyðansurð. Kanningarhátturin, ið nýttur varð, eitur Kol-14 og eftir ta kanningina varð staðfest, at viðurin var frá um leið ár 960. Víkingatíð í Føroyum er ásett til at hava verið frá um leið ár 800 til ár 1050. Tað vil siga, um hetta var rætt, so var skipsvrakið eitt víkingaskip. Einki var at hoyra í miðlunum um hetta.
Truplar umstøður og fyri tað mesta handakraft, tá roynt varð at fáa skipsvrakið upp úr Eyðansurð í 1954. Úr myndasavninum hjá Jesari Hansen / Tjóðsavnið. (framhald á síðu 30.)
Vit veita eisini vegleiðing í sambandi við betongsløg og styrki
Blandistøðin er góðkend av Norska Kontrollrådet
(framhald av síðu 27.)
Í 2014 og 2016 var Símun V. Arge, fornfrøðingurin frá Tjóðsavninum við Eyðansurð í Sandavági, tí ætlanin var at kanna tað, sum er eftir av skipsvrakinum. Men alt strandar í manglandi peningaligari játtan frá myndugleikunum, tí hetta er umfatandi og trupult at hava við at gera á sandinum við flóð og fjøru.
Í 2018 hevur portalurin jn.fo eina grein um, at skipsvrakið helst er tíðarfest til um leið ár 960. Tað ger so skipið til eitt víkingaskip. Orsøkin til hesi tíðindi er, at Klæmint Østerø, fekk gjørt kanningina í 2000 í Aalborg.
Tjóðsavnið ger nýggja kanning av skipsvrakinum
Nú kemur røringur í, og fornfrøðingurin
Helgi D. Michelsen á Tjóðsavninum, verður settur á uppgávuna. Fornfrøðingurin setur spurnatekin við kanningina úr Aalborg. Tað eru ymisk frábrigdi sum siga tað.
Helgi setir seg í samband við Philipp Grassel, sum frammanundan hevði møtt Símun V. Arge uttanlands. Philipp
Teir tríggir, Helgi D. Michelsen, fornfrøðingur á Tjóðsavninum, Philipp Grassel, Ph.d. í havfornfrøði úr Týsklandi og Kevin Martin, havfornfrøðingur úr Írlandi, fara í gongd við rannsóknir av lutum frá skipsvrakinum í Eyðansurð. Mynd: Tjóðsavnið.
Víkingaskipini, eins og føroyski báturin vóru súðubygd. Meðan skipsvrakið í Eyðansurð var slættbygt.
Grassel er Ph.d. í havfornfrøði, og arbeiðir á Deutsche Schifffahrtsmuseum í Bremerhaven. Phillip arbeiddi saman við íranum Kevin Martin, havfornfrøðingi, ið tá var í holt við eina Ph.d. um eitt skipsvrak, sum liggur beint við Flatey norðanfyri Reykjavík í Íslandi.
Týskarin og írin koma til Føroya at hyggja at viðinum og staðnum har skipsvrakið lá í Eyðansurð.
Fyrstu niðurstøðurnar hjá teimum trimum eru, at tilfarið líkist ikki bygningsháttinum fyri víkingaskip. Tí víkingaskipini vóru súðubygd eins og føroyski báturin. Víkingarnir nýttu jarnnaglar eins og til bátasmíð at smíða borðini saman.
Lutirnir frá skipsvrakinum vísa, at skipið er slættbygt, soleiðis at plankarnir liggja kant móti kanti. Og harumframt eru smíðaðir saman við trænaglum.
Sambært kanning hjá Sverra Dahl, hevði skipið garnering, tað stóð eisini í frágreiðingini hjá Jesari.
royndir av viðinum
Fimm royndir vera tiknar av viðinum á goymslu, tríggjar frá bondum, ein frá einum borði og ein frá einum deksplanka (floortimber). Royndirnar vera sendar til Keypmannahavnar til fjórða fólki í verkætlanini Effie Daily, hon er serfrøðingur innan dendro-kronologi, sum nú skal nýtast til at tíðarfesta skipsvrakið í Sandavági.
Dendrokronologi er kanning av trænum við at telja árringar, tí tað er soleiðis, at
ein ringur legst afturat hvørt árið. Árringarnar vera taldar og soleiðis kann staðfestast hvussu gamalt træið er. Síðani fer ein inn á databasar og finnur eina tíðarrøð. Tað vil siga, at í databasanum finst ein tíðarrøð fleiri túsund ár aftureftir.
Eitt annað við dendrokronologi er máting av breiddini/tjúkdini á árringum, tí hvør árring fær eina ávísa tjúkd/breidd, alt eftir veðurlagnum, júst tað árið. (sól, regn, vindur, frost o.s.fr.)
Og so er tað verðurlagið ymist, ymsastaðni í verðini, og tí kann ein eisini stað-
Skipsvrakið í Eyðansurð var slættbygt og hevði garnering, ið eru tey innaru borðini. Innfeld mynd er dømi frá øðrum skipi.
festa, hvar tað ávísa træið er vaksið og felt. Hetta er ein rættiliga neyvur kanningarháttur.
Niðurstøðan frá dendrokronologiini
Helgi D. Michelsen, fornfrøðingur á Tjóðsavninum, kom við niðurstøðuni frá kanningunum stutt eftir.
Hesin eikiviðurin er úr í Niedersachsen í Týsklandi, sum liggur við Elbenánna. Hann varð feldur í tíðarskeiðnum millum 1632 og 1638. Bularnir vera førdir oman eftir Elbenánni til eitt sagverk. Haðani fóru teir til eina skipasmiðju, sum bygdi skipið, sum endaði í Eyðansurð í Sandavági.
Tað, ið ger kanningina neyva er at hetta er kjarnuviður, sum er kannaður, og hann er rættiliga harður. Kjarnuviðurin er myrkari enn geituviður (vatndruknaður viður), sum situr beint undir børkini. Og databasin fortelur, at í Niedersachsen er miðaltalið fyri geituvið 20 ár, altso 20 árringar, sum eru ljósir. Og tá ein hevur kjarnuvið (myrkari) og nakrar av teimum ljósu árringunum, verður tað so mikið nágreiniligt, at ein kann siga ímillum 1632 og 1638. Hevði børkurin eisini verið tøkur til kanning, kundi ein sagt júst
Teir báðir havfornfrøðingarnir, Phillipp Grassel úr Týsklandi, høgrumegin, og Kevin Martin úr Írlandi, gera uppmátingar á Tjóðsavninum. Myndir: Tjóðsavnið. (framhald á síðu 32.)
Eitt band av skipsvrakinum í Eyðansurð, við nýggjum avskuri, fyri at staðfesta við dendrokronologi, aldur og uppruna. Mynd: Tjóðsavnið.
hvønn mánaða, hesin ávísi træbulurin varð feldur, og nær hann vaks.
Søguligar heimildir
Gomlu tingbøkurnar nevna í fleiri umførum loynihandilsmenn, sum komu til Føroya, og sum eru her í 1600-árunum. Tað eru serliga hollendingar og bretar.
Jens Christian Svabo skrivar í “Ind
beretninger fra en rejse i Færø i 1781 og 1782”, í partinum, um ferfótt djór í Føroyum, at fyri um leið 150 árum síðan, tað vil siga um leið 1632, strandar eitt skip í Sandavági og tað hevði við sær, at svarta rottan kom í Vágar.
Svarta rottan verður sjúk í 1756, og fólk greiða frá, at rottan er vorðin so veik, at fólk kunnu taka tær við hondunum og sláa tær í stein og drepa tær. Men tá hevði verið stór plága við sótt og sjúku, serliga í Gásadali, í Bø og í Sørvági.
Tey vistu helst ikki tá í tíðini, at smitta var komin við svørtu rottuni. Men aftaná er funnið út av, at orsøkin til sjúku og sótt kom frá rottuni.
Skipið tíðarfest, men kenna ikki samleikan
Enn vita fornfrøðingarnir ikki, hvar skipið hoyrdi heima, men sannlíkindini fyri, at skipið er hollendskt, eru størst. Hollendingar bygdu nógv skip, og teir keyptu nógvan eikivið til skipasmíð ymsastaðni frá, millum annað í Noregi og í Niedersachsen økinum í Týsklandi. Skipsvrakið, ið Kevin Martin kannar við Flatey norðanfyri Reykjavík í Íslandi, er hollendskt.
Skipið sum strandaði í Sandavági, var ikki stórt skip, men tað er ikki til at siga heilt neyvt, tí eingin hevur sæð alt
Fyri børnini var tað áhugavert at fylgja við niðri á sandinum. Myndir frá 1954. Úr myndasavninum hjá Jesari Hansen / Tjóðsavnið.
skipsvrakið, men bara viðastykkini, sum savnið fekk úr Sandavági. Ein longd er 12 metrar, men fornfrøðingarnir vita ikki, um tað er full longd á skipinum.
Kjølurin á skipinum varð tikin upp í 1954, og hann lá leingi í bygdini, men plankin hvarv og eingin veit, hvat bleiv av honum.
Spennandi, tá ein kann hella seg til samtíðarheimildir
Nú var hetta ikki eitt skip frá víkingatíð, men tað sum ger hetta spennandi er, tá ein hevur aðrar heimildir at stuðla seg til, so sum hana frá Jens Christian Svabo. Sjálvsagt høvdu vit á Tjóðsavninum hildið tað verið spennandi, um hetta var eitt víkingaskip, men av tí at vit ongar skrivaðar heimildir hava frá víkingatíð, so fáa vit heldur ikki eina góða søgu at fortelja, uttan at gitingar eru partur av søguni, sigur Helgi D. Michelsen, fornfrøðingur á Tjóðsavninum.
Ein peningaligur spurningur
Nú er søgan so knýtt at skipsvrakinum í Eyðansurð í Sandavági. Men sjálvandi ynskja vit fornfrøðingar at sleppa at kanna økið, har restin av skipsvrakinum liggur í sandinum og møguliga finna út av hvat fyri skipaslag hetta var. Men alt hetta kostar pengar, og er ein sera umfatandi verkætlan, tí skiftið millum flóð og fjøru er ein avbjóðing. Í hesi verkætlanini við staðfesting av tíðarskeiði fyri aldurin á viðinum frá skipsvrakinum stuðlaði Vága kommuna fíggjarliga, og tað skulu tey hava stóra takk fyri, sigur Helgi D. Michelsen, fornfrøðingur at enda.
Ludvík Petersen fekk partvís rætt
Sandavágs søga var skrivað fyrst í 1960-árunum og kom út í 1963. Tá visti Ludvík Petersen og øll onnur um skipsvrakið í Eyðansurð. Men tá var eingin tíðarfesting sett á skipsvrakið. Men tað
vita vit nú, at hendingin fór fram um leið 1630-árini ella seinni.
Tá vit nú vita tað, so er Eyðanstovuættin ikki komin frá manni á hasum skipinum, tí ættin gongur óbrotin aftur til í hvussu er 1567, sambært Sandavágs søgu.
Og størst sannlíkindi eru fyri, at hetta var hollendskt skip, so helst hevur hvørki íri ella finni verið umborð.
Men hví eitur tað Eyðansurð?
Tað sum er funnið inni í Giljum, í Straplinum og við gomlu Giljarætt, har Eyðansstovuættin búsettist fyrst, er eldri enn 1630-árini. Lutir, ið eru funnir har, eru tíðarfestir aftur til miðøld. Miðøld verður roknað at vara frá ár 476 til 1453.
Eitt ástøði er, at ein maður, ið var búsettur í Íslandi, ið æt Eyðun Festargarmur, strandaði við skipi við Føroyar, ár 1006. Hesin maðurin er umrøddur í Færøernes Oldtidhistorie eftir Niels Winther. Men einki verður sagt, hvar í Føroyum, skipið hjá Eyðuni fórst. Spurningurin er so, um Eyðansurð eitur eftir hesum manninum, sum kom við skipi úr Íslandi í ár 1006, og skipið umrøtt í hesi greinini, sum er tíðarfest til um leið 1632/1638, verða blandað saman í søgnum, sum hava gingið í Sandavági. Við øðrum orðum, at tað eru tvey skip, sum eru blivin vrak í Eyðansurð, við 600 árum ímillum
Men hetta er ikki staðfest, enn.
Heimildir: Sandavágs søga – Ludvík Petersen // Av fjalli at fjørustrond – Heini F. Petersen, Jóannes Heinesen // Fróðskaparrit // Færøernes Oldtidshistorie – Niels Winther // Tjóðsavnið // jn.fo // Fróskaparsetur Føroya // Kringvarp Føroya // Dimmalætting // Umhvørvisstovan // Grein hjá Jesari Hansen/ Dagblaðið/Blaðportal //
(framhald á síðu 34.)
Loftmynd frá 1958. Mynd: Umhvørvisstovan.
Loftmynd frá 2004. Mynd: Umhvørvisstovan.
Allar matvørurnar eru vistfrøðiligar. Aðrar Änglamark vørur eru bæði umhvørvis- og ovurviðkvæmisvinarligar. Vøruúrvalið er breitt og fevnir um alt líka frá vaskipulvuri til tomatir, frá smábarnamati til køksrullur.
Mán-Hós: Kl. 16.30 – 20.00
Fríggjadag: Kl. 16.30 – 21.00
Leygardag og Sunnudag: Kl. 13.00 – 21.00
Et, alt tú orkar, fyri 139,-
(12 ár og eldri | Íroknað ísbuffét, sodavatn og kaffi/te)
Og títt barn etur fyri einans 70,-
(11 ár og yngri, saman við foreldrum. Íroknað ísbuffét og sodavatn)
Bólkar (min. 10 fólk) 100,-
(11 ár og yngri, saman við minst einum gjaldandi vaksnum. Íroknað ísbuffét og sodavatn)
Lat okkum ordna innkeypið og uppvaskið
www.pizza67.fo – Tel 356767
Vit hava 3 sløg av pizza, salat, 4 sløg av dressingi, nachos, nýbakað hvítleyksbreyð, høsnagrýtu, nuggets, buffalo høsnaveingir, várrullur, chips, rís og 5 sløg av sodavatni, og omaná fáa tit 7 sløg av ísi og kaffi.
mánadag til leygardag 9-22
Kundi tú hugsað tær at sæð ein dyst í eini av heimsins bestu fótbóltsdeildum, Premier League?
Nógvir vegir eru til Premier League við Atlantic Airways. Tú kanst flúgva beinleiðis til Edinburgh, og haðani er lætt at koma víðari til allar teir stóru fótbóltsbýirnar í Onglandi.
Og í summar – frá fyrst juni til síðst í august – verður eisini flogið beinleiðis til London, har tað eru ikki færri enn sjey Premier League lið heimahoyrandi!
Edinburgh: Hvønn mánadag og hósdag
London: Hvønn týsdag og leygardag frá 1. juni til 31. august
Keyp nú á atlantic.fo
1.
16. 05-07-2024
04-08-2024
11-08-2024
19. 16-08-2024
20. 24-08-2024
21. 01-09-2024
22. 14-09-2024
23. 20-09-2024
24. 29-09-2024
25. 05-10-2024
26. 20-10-2024
27. 26-10-2024
At flúgva vøru elvir til óneyðugt CO2-útlát. Ov nógv CO2-útlát elvir til veðurlagsbroytingar
Við at skifta til sjóflutning er CO2-útlátið fyri flutning til USA minkað við heili 94%