Degns hús

Page 1

Degns HĂşs


Degns Hús 135 ára gomlu Degns Hús niðast á Tinghúsvegnum hava verið ogn hjá Tórshavnar Kommunu síðani stutt fyri jól í 2005, tá ið Tórshavnar Býráð samtykti at keypa tey. Hetta bleiv gjørt, tí at mett varð, at húsini vóru varðveitingarverd og týðandi fyri umhvørvið í miðbýnum. Søgan um Degns Hús byrjar í tíðarskeiðnum frá 1866 til 1881. Tá keypir Tórshavnar Kommuna jørð frá bóndanum á Eystara Húsagarðsfesti, og útstykkingar til sethús blivu gjørdar framvið vegnum, sum seinni fekk navnið Tinghúsvegurin. Teir fyrstu at byggja sethús við vegin vóru keypmaðurin Jacob Lützen, og Jens Christian Degn, skipsførari og pápi Anton Degn. Jens Christian Degn bygdi húsini í 1879, og seinni bleiv formliga adressan Tinghúsvegur 4. Jens Christian Degn doyði brádliga á Reyðafirði í Íslandi í 1885, bara 46 ára gamal, og konan, Susanne Elisabeth Degn, sat í óskiftum búgvi, til hon seks ár seinni læt Anton Degn húsini við innbúgvi. Bert fáar vikur seinni doyði mamman, og Anton Degn, sum var elstur av fýra systkjum, bleiv verji hjá tveimum systrum og einum beiggja sínum.

VALAHÚS Tað er einki at taka seg aftur í, at Degns Hús hava verið eini vala hús í síni tíð. Í 1897 og í 1909 gjørdi Tórshavnar Kommuna metingarlista yvir hús í býnum, og tá vóru Degns Hús mett til eitt virði uppá 3.650 kr., og til seinnu metingina 3.750 kr. Í 1909, tá seinna metingin bleiv gjørd, var bygt uppí húsini. Til samanberingar kann nevnast, at eini vanlig hús í Havn um hetta mundið blivu mett til umleið 1.000 kr. Anton Degn var eisini millum størstu skattgjaldarar í Tórshavnar Kommunu. Í 1916 bleiv álíknað soleiðis, at størstu skattgjaldararnir í býnum blivu settir fyri ávísar upphæddir. Anton Degn var sjálvur triði á listanum eftir tann múgvandi Müller, reiðara og Lützen, handilsmann. Anton Degn rindaði hetta árið 120 krónur í skatti, sum


var umleið fýra ferðir so nógv sum eitt nú fiskimenn og handverkarar rindaðu um sama mundið. Í dag verður Degns Hús í høvuðsheitinum brúkt til ymiskt fundarvirksemi hjá leiðsluni í Tórshavnar Kommunu og til eitt nú smærri móttøkur og aðrar samkomur.

UM ANTON DEGN Anton Degn var føddur í Havn 6. oktober 1871. Eftir at hava gingið í millum- og realskúlanum í Havn fór hann at starvast í handlinum hjá M. C. Restorff í Vágsbotni. Í 1892 giftist hann við Petrinu Poulinu Cathrine Petersen úr Øravík, sum var lærarinna. Tey áttu eingi børn, men tey høvdu systurdóttur Petrinu, Tinu Mortensen, til fosturs. Politiskt var Anton Degn eisini virkin. Hann sat í fyrsta býráðnum í Havn frá 1909 til 1916, og hann sat eisini frá 1920-1922, og tá sat hann sum býráðsformaður. Umframt kommunalpolitikkin var Anton Degn eisini løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin í Suðurstreymoy frá 1906 til 1908. Tá Føroya Amtskommunala Telefonverk varð sett á stovn í 1906, varð hann av løgtinginum settur telefonstjóri. Hann røkti hetta starv fram til 1912. Farin um fimti ára aldur varð Anton Degn settur skjalavørður í Føroyum, og tað er á hesum øki, hann gjørdi vart við seg í bókmentum, fyrst og fremst við bókini um føroyskar bøndur „Færøske kongsbønder 1584-1884“, 1945, og við ritum um viðurskifti einahandlinum viðvíkjandi. Hann doyði 3. september 1950. Keldur: • Býráðslimir í Tórshavn síðan 1909, Tórshavnar Kommuna 2009 • Meinigheitshúsið í Havn, Johannes Andr. Næs, Heimamissiónsfelagið 2008 • Havnin – fólk og yrki 1900-1939, Birgar Johannesen, Egið Forlag 2007 • Søvn Landsins


JANUAR 2016

Tórshavnar kommuna Postsmoga 32 · FO-110 Tórshavn Telefon 302010 · torshavn@torshavn.fo Mánadag-hósdag

kl. 9-16

Fríggjadag

kl. 9-15

www.torshavn.fo


Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.