Listprýði

Page 1

Listprýði

í Tórshavnar kommunu


Listprýði í Tórshavnar kommunu Grafisk uppseting: Bent Kjærbæk Tekstur: Ó.J. Rólantsson o.o. Myndir: Ólavur Frederiksen, Alan Brockie, Mortan Ó. Vang, Per á Hædd, Ó.J. Rólantsson og Bent Kjærbæk Samskipan: Jákup Simonsen og Helgi A. Fossadal Prent: Prenta © Tórshavnar kommuna 2016


Listprýði

í Tórshavnar kommunu

Í mong ár var tað soleiðis, at tá talan var kommunala bygging í høvuðsstaðnum, so keypti kommunan sjálv ta list, ið varð brúkt at prýða við. Kendasta dømið var Kommunu­skúlin, har William Heinesen, Janus Kamban og Zacharias Heinesen vórðu bidnir um at myndprýða skúlan. Lágargarður og nakrir av dagsstovunum vórðu prýddir á sama hátt. Og ongin ivi var um, at hetta var gagnligt fyri bæði listina og fyri starvsfólkini á stovnunum. Í 2006 var farið undir at fáa eina meira skipaða ætlan. Skotið varð tí upp at gera neyvar reglur fyri myndlist í sambandi við kommunala bygging. Semja var í býráðnum um at seta 1,5% av byggikostnaðinum av til listarligt prýði. Avrátt varð, at til at ráðgeva býráðnum í spurninginum um list, varð ein listabólkur settur at gera uppskot til reglugerð at arbeiða eftir. Øll skipanin varð samtykt í býráðnum 22. februar 2007. Listabólkurin hevur sum høvuðsuppgávu at fylgja hesi samtykt, at samskipa prýðisuppgávurnar til ný- og umbygg­ingar av bygningum hjá Tórshavnar kommunu, og í hesum sambandi taka avgerð um, hvussu einstøku bygningarnir skulu prýðast, umframt at gera neyðugar avtalur við listafólk. Listabólkurin skal eisini syrgja fyri, at listarligu prýðisupp­gávurnar hjá kommununi verða framdar við fjølbroytni í huga og við atliti at umstøðunum í sambandi við hvørja einstaka bygging ella umbygging. Í hesum faldara verða víst fýra dømi um listprýðing av stovnum í Tórshavnar kommunu – í Skúlanum við Løg­manna­breyt, Skúlanum á Argjahamri, við FIMI í Gundadali og á Boðanesheiminum.


Skúlin við Løgmannabreyt Arkitektavirkið v/ Árna Winther teknaði og Búsetur bygdi Skúlan við Løgmannabreyt, sum varð tikin í nýtlu í 2008. Góðir karmar um skúlagongdina hjá børnunum er ein samfelagslig íløga, tí børnini og ungdómurin eru tey, ið skulu flyta sam­ felagið longur fram á leið móti einum fjølbroyttum og rúmligum landi at búgva og virka í. Skúlin við Løgmannabreyt var og er í so máta eitt stórt frambrot í føroyskari skúlabygging. Skúlin er ein byggilistarlig perla og ein nútíðar listaskáli, har stórur dentur er lagdur á, at byggiháttur, innrætting, litir, ljós og list skapa eitt kveikjandi, stimbr­andi og mennandi umhvørvi. At síggja listina hjá listamanninum Edwardi Fuglø í hesum umhvørvinum er bæði spennandi og avbjóðandi. Karmar og innihald eru við til at kveikja lív og sál, ið skapa eina mentan, har trivnaður og úrslit verða raðfest høgt. Fortíð, nútíð


og framtíð verða sameind við verum úr fornum søgum og kvæðum, men eisini við antennum og robottum úr Star Wars. Hetta er søgan um tað góða, sum vinnir á tí ónda, og um tann, sum við áræði fer gjøgnum eld og vatn at røkka sínum málum. Listamaðurin sjálvur er eisini høvundur. Hann hevur myndprýtt hópin av bókum og tjøldum til sjónleik. Hann fekk Barnabókavirðisløn Tórshavnar býráðs í 1995 og í 2001 fekk hann norðurlendsku barnabókavirðislønina fyri myndprýðingar. Í Skúlanum við Løgmannabreyt hevur hann loyst setningin til fulnar.



Skúlin á Argjahamri MAP Arkitektar teknaðu og Articon bygdi Skúlan á Argjahamri. Sermerkt við skúlanum er, at hann er sera orkusparandi, og nógv er gjørt fyri at ljóð- og ljósviðurskiftini eru í lagi, soleiðis at øll kunnu trívast væl í skúlanum. Ikki færri enn 19 listafólk kappaðust um at sleppa at listprýða Skúlan á Argjahamri. Astri Luihn vann kappingina við einum uppskoti, ið fevndi um glaslist, list úr rustaðum stáli, træskurðum, málningum og standmyndum. Skúlin á Argjahamri er eins og Skúlin við Løgmannabreyt ein arkitektonisk perla. Skúlin ímyndar hamaran, fláirnar og løgini í landslagnum. Sermerkt er, at tað er lætt at kunna seg í bygninginum, gjøgnumskygnið er gott og tú kanst ferðast gjøgnum skúlan uttan at órógva virksemið. Umhvørvispartarnir eru skipaðar sum sjálvstøðugar eindir, men eru ymiskt innrættaðir. Litseting og innrætting geva næminginum kenslu av, at hann hevur flutt seg inn í ein nýggjan heim. Litætlanin byggir á teir fimm heimspartarnar, har hvør heims­partur hevur sín lit – yngstu næmingarnir eru í Evropa, mið­skúlin í Afrika og t.d. útskúlin í Avstraliu. Astri Luihn hevur her skapað verk við ymsari tøkni, har vanligir málningar og træskurðir verða sett uppímóti risastórum verkum í lasaraskornum stáli og talgildum folium, sum eru settar í avlangar stórar vindeygaflatur. Hóast ymiskleikan, so flýtur alt hetta saman í dynamikki og framhaldi, soleiðis at allur bygningurin gerst eitt heildarverk, har allir partar spæla saman í eini stórfingnari symfoni.


FIMI Danska felagið BBP Arkitekter teknaði FIMI og MT Højgaard Føroyar bygdi. Guðrið Poulsen fekk uppgávuna at listprýða útiøkið við FIMI. Bæði sum leirlistafólk og sum skulptørur hevur Guðrið Poulsen brotið burtur úr nýggjum, púra leys av figurativari siðvenju, sum hevur eyðkent føroyskar skulpturar. Himmalspegilin við FIMI í Gundadali er eitt gott dømi. Listaverkið er eitt horisontalt verk, umleið 8 m. í tvørmáti, úr hondgjørdum svørtum sementflísum, har keramiskir formar eru stoyptir niðurí, í høvuðsheitum kringlutir í skapi, í ymiskum litum og frábrigdum. Í ávísum flísum er ljós lagt niðurí. Um dagin virka ljósini sum partur av ornamentikkinum, og um kvøldið lýsir túnið sum himmalspegil av smáum veikum vetrarstjørnum. Listaverkið er við til at skapa og samansjóða virksemið og umhvørvið hjá teimum, ið ferðast har um leiðir.


Endurtiknu kringlutu skapini, sum eru niðurfeld í listaverkið, skapa ein forvitnisligan dynamikk, og verkið bjóðar bæði til hvíld og rørslu. Guðrið Poulsen er útbúgvin keramikari og hevur nomið sær úbúgving í Finlandi og Íslandi árini 1982-86, umframt at hon hevur verið námsferðir í øðrum londum. Guðrið hevur tikið lut í nógvum felags framsýningum innan- og uttanlands og hevur sýnt fram á einstaklingaframsýningum í Føroyum. Himmalspegilin vendir sær til tey virknu og bjóðar til interaktión, sum í sjálvum sær í symbolum snýr seg um rørslu og gleði við at íðka og njóta fimi. Fólki dámar væl listarverkið, serliga hetta at tað tekur seg væl út í skýmingini og um kvøldarnar, har tað lýsir upp í einum annars rættiliga betongkendum umhvørvi.


Boðanesheimið Verkætlanin Boðanesheimið er gjørd við Articon sum heildararbeiðstakara og í samstarvi millum SNA, Albert Isfeldt & Gudmund S. Hansen, LBF, Martin E. Leo og Sofus M. Jakobsen. Hetta nýggjasta og mest framkomna røktarheimið Yviri við Strond er eisini listprýtt. 16 uppskot komu inn, nógv teirra listarlig dygdarverk við sera góðum innnihaldsligum hugskotum. Tvey uppskot skaraðu framúr. Annað uppskotið var skaldborið, frásøgukent og prýðiligt; hitt uppskotið var ein regluføst heild, har kunning, samleiki og ein skemtandi megi knýta heimið saman.


Listabólkurin avgjørdi tí at lata viðurkenda føroyska listamannin, Bárð Jákupsson, listprýða stóru matarhøllina, men kenda danska listamannin og sniðgevan, Per Arnoldi, at listprýða gongirnar og eina av ser­ stovunum. Valda loysnin tryggjaði bæði heild og fjølbroytni, funktión og prýði, umframt nakað skaldborið og máttmikið, sum bæði búfólk, starvsfólk og gestir á Boðanesheiminum gleðast um. Her kom ein listaligur viti aftrat í høvuðsstaðnum.


MARS 2016

Tórshavnar kommuna Postsmoga 32 · FO-110 Tórshavn Telefon 302010 · torshavn@torshavn.fo Mánadag-hósdag kl. 9-16 Fríggjadag

kl. 9-15

www.torshavn.fo


Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.