Pisan 2008

Page 33

- Skeiðini skulu verða fulltíðarskeið við í minsta lagi 15 tímum um vikuna. - Skeiðini skulu eisini góðkennast av Stuðulsstovninum.

Ferðastuðulin Endamálið við ferðastuðlinum er at stuðla føroyingum, ið leita sær í onnur lond at útbúgva seg við tí fyri eyga at koma heim aftur til Føroya eftir lokna útbúgving. Hetta verður gjørt við at stuðla fíggjarliga, soleiðis at tey lesandi og børn teirra kunnu koma heim til Føroya eina ferð um árið. Nýtt Frá 1. januar 2007 eru broytingar gjørdar í §5 í kunngerðini um ferðastuðul uttanlands. Hesar broytingar viðvíkja ásetingini av ferðastuðulsupphæddunum. Ásetingin er galdandi frá 1. januar 2007 og eru fylgjandi: “Upphæddin fyri ferðastuðul til lesandi, búsitandi í Danmark, verður ásett av Stuðulsstovninum við støði í prísleguni fyri lesandi á flogleiðini millum Keypmannahavn og Vágar aftur og fram. Upphæddin fyri ferðastuðul til børn hjá lesandi í Danmark verður somuleiðis ásett av Stuðulsstovninum við støði í prísleguni fyri børn á flogleiðini millum Keypmannahavn og Vágar aftur og fram. Stuðulsstovnurin ásetir eisini upphæddirnar fyri lesandi uttanfyri Danmark og børn teirra, tó í mesta lagi kr. 7.000,-. Ásetingarnar av ferðastuðlinum verða gjørdar í seinasta ársfjórðingi á hvørjum ári og koma í gildi 1. januar árið eftir.”

Verkætlanarstuðulin Endamálið við ferðastuðlinum til verkætlanir er at stuðla lesandi føroyingum á hægri lærustovnum í Føroyum og uttanlands í sambandi við størri verkætlanir, ið skulu gerast í øðrum landi enn í lestrarlandinum. Hetta verður gjørt við at veita fíggjarligan stuðul fyri ferðina millum lestrarlandið og landið, har ið verkætlanin skal fremjast. Umframt vanligu treytirnar fyri at fáa slíkan stuðul skal verkætlanin vera partur av útbúgvingini og góðkend á útbúgvingarstaðnum. Vert er eisini at leggja sær í geyma, at stuðul bert verður veittur fyri ferðing millum lond, og at tann lesandi í mesta lagi kann fáa henda stuðul tvær ferðir í allari útbúgvingartíðini.

64

Ætlar tú at søkja um stuðul, kann hetta antin gerast áðrenn farið verður undir verkætlanina ella meðan tú arbeiðir við verkætlanini. Tað ber ikki til at søkja um stuðul, eftir at verkætlanin er liðug. Stuðulin verður ikki goldin út, fyrr enn Stuðulsstovnurin hevur fingið tann nýtta ferðaseðilin í sambandi við verkætlanina. Stuðulin verður tað sama sum skalprógvaði ferðaseðlakostnaðurin; tó í mesta lagi kr. 6.000. Peningurin verður goldin á kontu í einum føroyskum peningastovni.

Kærumøguleikar Allar avgerðir tiknar av Stuðulsstovninum kunnu kærast til Kærunevndina hjá Stuðulsstovninum, áðrenn 6 vikur eru gingnar, eftir at boðað er frá avgerðini. Avgerðin hjá kærunevndini er endalig innan fyrisitingina. Tað er Landstýrið, ið setir kærunevndina, og í henni sita 3 fólk, har formaðurin er løgfrøðingur. Kærur skulu sendast til: Kærunevndin hjá Stuðulsstovninum, c/o Føroya Kærustovnur Skálatrøð 20 Postsmoga 45 Fo 110 Tórshavn.

Heimasíðan Á heimasíðu okkara - www.studul.fo - kanst tú lesa meira um tær ymisku skipanirnar - har er lógin, kunngerðir, vegleiðingar, umsóknarbløð o.a. Harafturat eru ymiskar slóðir, ið kunnu vera viðkomandi fyri lesandi.

Skrivstovan Á Stuðulsstovninum starvast 5 fólk – 3 skrivstovufólk, fíggjarfulltrúin og leiðarin. Avgreiðslan er stongd mánadag, opið er frá týsdegi til hósdag kl. 8 – 16 og fríggjadag kl. 8 – 15. Um tú hevur nakrar fyrispurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við Stuðulsstovnin. Hoyvíksvegur 72 - Postrúm 3279 – FO-110 Tórshavn - Tlf.: 35 68 00 - Faks.: 35 68 01 T-postur: studul@studul.fo – Heimasíða: www. studul.fo Fyrivarni verður tikið fyri broytingum.

Pisan 2008

SU-skipanin At fara undir lesnað er ikki ókeypis, men vit føroyingar eru so mikið hepnir, at vit hava nakrar av heimsins bestu stuðulsskipanum. Fyri at dyrgja upp undir at fólk útbúgva seg, verður nevniliga stuðul latin undir útbúgvingartíðini. Føroyingar kunnu koma undir ymsar stuðulsskipanir alt eftir hvar í heiminum teir lesa, men flestu teirra koma undir donsku SU-skipanina, sum stendur fyri Statens Udannelsesstøtte. SU-skipanin kann vera trupul at finna runt í, so niðanfyri kanst tú fáa innlit í, hvussu skipanin er uppbygd, og hvussu hon virkar. Katrin D. Apol Hvat er SU? SU er ein fíggjarlig hjálp, sum tú kanst fáa, meðan tú ert undir útbúgving, og hesin stuðulin skal ikki gjaldast aftur, men er eitt slag av løn til tín, meðan tú ert undir útbúgving. Um tú hin vegin velur at leggja SU-lán afturat studninginum, so skal hetta rindast aftur eftir loknan lesnað. Føroyingar undir hægri lestri uttan fyri Føroyar fáa vanliga stuðul eftri somu treytum sum aðrir danskir ríkisborgarar. Sum útgangsstøði kann sigast, at tú kanst fáa SU-stuðul til alla útbúgvingina, men um tú ert løntur undir útbúgvingini, fært tú ikki SU. Um bert ein partur av útbúgvingini er løntur, eitt nú undir starvsvenjing, verður SU-stuðul latin í óløntu undirvísingartíðini.

Norðurlond Sum nevnt fáa føroyingar undir lestri uttan fyri Føroyar studning frá SU-styrelsen etftir somu treytum sum danir. Í Danmark er tí rættiliga greitt, hvørjar reglur eru galdandi, men ymisk krøv eru tó, sum skulu lúkast, fyri at stuðul kann verða latin. Fyrst og fremst skal útbúgvingin vera SU-heimilað. SU-styrelsen hevur eina greiða reglugerð um, hvørjar útbúgvingar í Danmark verða góðkendar. Meginreglan er tó, at allar alment góðkendar útbúgvingar eru SU-heimilaðar, um útbúgvingin fer fram á einum alment góðkendum útbúgvingarstovni. Undirvísingin skal vera fulltíðarundirvísing og vara í minst tríggjar samanhangandi mánaðir. Tó ber til at fáa SUstudning, um tú supplerar í minst ein mánaða. Spyr á SU-skrivstovuni, um tú vilt vita meira um SU-stuðul til supplering. SU-stuðul verður bert veittur teimum, ið hava tørv á tí. Hetta merkir, at tú ikki kanst tjena óavmarkaðan pening við

síðuna av studninginum. Les meira um tað í næstu greinini. At enda er tað ein treyt, at útbúgvingin skal geva vinnuførleika í Danmark. Fyri at fáa studning til privatar útbúgvingar í Danmark er neyðugt, at Undirvísingarmálaráðið góðkennir útbúgvingina. Á www.su.dk er annars ein listi, sum vísir, hvørjar útbúgvingar geva rætt til studning. Í Norðurlondunum fáa føroyingar SU-stuðul eins og aðrir danskir ríkisborgarar, tvs. at føroyingar, sum lesa í øðrum Norðurlondum enn Danmark, eisini fáa stuðul úr Danmark alla útbúgvingartíðina. Treytirnar fyri at fáa stuðul eru á leið tær somu sum eru galdandi fyri útbúgvingar í Danmark. Tó er ein munur, at útbúgvingin minst skal vara í eitt óslitið lestrarár.

Onnur lond Føroyingar, ið velja at lesa uttan fyri Norðurlond fáa eisini SU-stuðul úr Danmark, um útbúgvingin verður góðkend av SU-styrelsen. Her skal tó viðmerkjast, at SU-stuðul bert verður latin haðani í fýra ár, men um tann lesandi uppfyllir kravið um tilknýti til Føroyar, veitir Stuðulsstovnurin eftir hetta lestrarstuðul í upp til eitt ár yvir ásetta lestrartíð. Upphæddin frá Stuðulsstovninum er altíð tann sama, sum verður veitt til hægri lestur í Føroyum (ÚS-stuðul), og møguleiki er eisini at taka lestrarlán haðani. Útbúgvingin og útbúgvingarstaðið skulu, sum nevnt, vera góðkend alment í lestrarlandinum. Tað merkir, at antin undirvísingarmálaráðið ella ein annar egnaður umsjónaðarligur myndugleiki skal góðkenna tey. Umframt hetta skal eisini góðkenning til frá donsku myndugleikunum (SUstyrelsen), áðrenn tú eigur rætt til studning. Í hvørjum einstøkum føri er tí neyðugt at kanna, um lestrarstovnurin er góðkendur ella í øðrum føri søkja um góðkenning hjá uttanlandsdeildini

Pisan 2008

65


Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.