Pisan 2008

Page 28

Lesandi og børn

LESANDI OG BØRN

Fíggjarlig viðurskifti Tú/tit hava sum lesandi við barni/børnum nakrar sersømdir í SU- skipanini. (sí Børn og SU.) Barnakekkur Øll foreldur í Danmark(ikki treyta av inntøkuupphædd) fáa útgoldnan barnakekk hvønn ársfjórðing. Í 2008 eru upphæddirnar áljóðandi: Børn í aldrinum 0-2 ár 3.539 kr. Børn í aldrinum 3-6 ár 3.198 kr. Børn í aldrinum 7-17 ár 2.516 kr. Frá kommuni er møguligt at søkja um “børnetilskud til uddannelsessøgende forældre”. Upphæddin er treytað av inntøku, og er í mesta lagi 5.808 kr. um árið. Hesi tølini broytast ár til ár. “Boligstøtte” Búgva tit á kollegii ella leiguíbúð er somuleiðis møguleiki at søkja um “boligstøtte” frá kommununi. “Boligstøtten” er treytað av samlaðu inntøkuni hjá hússtandinum, og verður størri um tú/tit hava eitt ella fleiri børn. Barnaansingarpláss og gjald Gjaldið fyri barnaansingarpláss í kommununi er somuleiðis treytað av inntøkuni, og fáa tit bert SU, verður plássið goldið av kommununi. Ein kann fara inn á heimasíðuna www.tborger.dk undir teiginum “selvbetjening”, her kanst tú sjálv rokna teg fram til upphæddirnar tú/tit hava rætt til viðv. “boligstøtte”, “Børnetilskud til uddannelsessøgende forældre” og frípláss til ansingarpláss. Børn og SU Um tú ert sambúgvandi við einum øðrum SU-móttakara ella einligur uppihaldari hevur tú møguleika fyri at søkja eitt ískoyti frá SU. Um tú ert uppihaldari hevur tú møguleika fyri at taka eitt eyka SU-lán. Barnið skal verða undir 18 ár og hava fólkayvirlitsadressu hjá tær. Tað eru tíni viðurskifti ta fyrsta døgnið í ársfjórðinginum, sum avgerð um tú lýkur treytirnar. Ískoyti til uppihaldarar sum búgva saman við øðrum SU-móttakara Um tú ert uppihaldari og býrt saman við øðrum SU-móttakara kanst tú fáa eitt ískoyti (Sí upphæddir i greinini SU-skipanin). Tað er ein treyt at tín sambúgvi fær SU og hevur fingið SU í minsta lagi 1 mánað í ársfjórðinginum frammanundan at søkt verður. Tú kanst søkja um íkoyti á “min SU” á heimasíðuni hjá SU ella á umsóknarblaði, sum skal latast útbúgvingarstovninum. Ískoyti verður útgoldið saman við studninginum. Um tú velur SU frá, velur tú eisini ískoyti frá. Tú kanst ikki fáa ískoyti frá SU og samstundis søkja um “Særligt børnetilskud til uddannelsessøgende forældre” frá kommununi. Tú kanst ikki fáa ískoyti samstundis sum tú fært eyka klipp í samband við føðing og ættleiðing. Ískoyti til einligar uppihaldarar Um tú ert einligur uppi-haldari og fært SU kanst tú fáa eitt ískoyti uppá 4.852 kr. um mánaðin. Treytin er at tú fært “Ordinært og ekstra børnetilskud” frá kommuni.

54

Pisan 2008

Tú kanst søkja um ískoyti á “min SU” á heimasíðuni hjá SU ella á umsóknarblaði, sum skal latast útbúgvingar-stovninum. Ískoyti verður útgoldið saman við studninginum. Um tú velur SU frá, velur tú eisini ískoyti frá. í Tú kanst ikki fáa ískoyti sum einligur uppihaldari samstundis við “Det særlige børnetilskud for uddannel-sessøgende forældre” frá kommununi. Tú kanst ikki fáa ískoyti samstundis sum tú fært eyka klipp í samband við føðing og ættleiðing. SU-lán til uppihaldarar Uppihaldarar, sum fáa SU, kunnu fáa eitt eyka SU-lán. (sí upphæddir í greinini SUskipanin). Søkt verður á “min SU” á heimasíðuni hjá SU ella á umsóknarblaði sum skal latast útbúgvingarstovninum. Lánið verður útgoldið saman við studninginum. Um tú velur studning frá, velur tú eisini lánið frá. Tú kanst fáa lán til uppihaldarar samstundis sum tú fært ískoyti til einligar uppihaldarar ella ískoyti til uppihaldara, íð býr saman við øðrum SU-móttakara. Men tú kanst ikki fáa lánið samstundis sum tú fært eyka klipp í samband við føðing ella ættleiðing. Eyka SU tá tú fært barn Um tú fært barn meðan tú ert undir lesnaði og fær SU, hevur tú møguleika fyri at fáa eyka SU.Treytin er, at tú skalt vera lestrarvirkin mánaðin áðrenn tú fært eyka SU, men tú nýtist ikki at verða lestrarvirkin meðan tú fært eyka SU. Tú skalt verða innskrivað á útbúgvingar stovninum og lúka tey vanligu krøvini fyri at fáa SU. Mamman hevur rætt til 12 mánaðar eyka SU og pápin hevur rætt til 6 mánaðar eyka SU. Tú velur sjálv/sjálvur nær í útbúgvingini tú vil hava útgoldið eyka SU. Mamman kann fáa útgoldið eyka SU frá tað eru 2 mánaðir til hon er sett til at eiga, og pápin kann fáa eyka SU frá tí mánaðinum barnið er føtt. Tú skalt nýta tey eyka klippini í tí útbúgvingini tú ert í gongd við, tá tú fært barnið. Tú kanst sostatt ikki yvirføra tey eyka klippini til eina nýggja útbúgving, heldur ikki frá eini bachelor til eina kandidatút-búgving. Tú søkir um tey eyka klippini á umsóknarblað-num “Ansøgning og ændring af SU”, umsóknar-blaðið fæst á útbúgvingar/stovninum ella tú kanst fara inn á heimasíðuna hjá SU – www.su.dk - undir søg SU. Um tú gongur á einari víðarigangandi útbúgving kanst tú fáa útgoldið eyka klippini sum einkult-klipp, dupultklipp ella miksklipp. Um tú velur miksklipp, so fært tú útgoldið eyka SU saman við tínum vanliga SU, og tá skalt tú vera lestrar-virkin og heiltíðarlesandi. Tú velur sjálv/sjálvur útgjaldingarháttin og tað er ikki neyðugt at velja sama háttin fyri øll eykaklippini. Um tú gongur á einari ungdómsútbúgving kanst tú fáa útgoldið eykaklippini sum einkultklipp ella dupultklipp. Mamman kann fáa eyka SU frá tað eru 2 mánaðir til hon er sett til at eiga, og til 12 mánaðir aftaná hon hevur átt. Pápin kan fáa útgoldið eyka SU innanfyri teir fyrstu 6 mánaðirnar aftaná at barnið er føtt. Um tú hevur fi ngið barn áðrenn útbúgvingin byr jar ella meðan tú hevur orlov, hevur tú møgulei ka fyri at fáa eyka SU. Mamman skal hava fi ngið barnið innanfyri 12 mánaðir áðrenn útbúgvingin byrjar og pápin innan 6 mánaðir áðrenn. Um tú til dømis hevur fi ngið eitt barn í apríl og byrjar útbúgvningina í september, kann mamman fáa 8 eyka klipp og pápin 2 eyka klipp. Nærri upplýsingar fáast á www.su.dk ella á www.radgevingin.dk . Onnur lond Lesandi aðrastaðnis enn í Danmark hava í skrivandi løtu rætt til 12 eyka klipp um tey fáa barn. Harumframt er altið gott at seta seg í samband við “Help and Advice” á útbugvingarstovninum ella í kommununi tú flytur til viðvikjandi eyka hjálp so sum fígging og annan stuðul fyri at fáa raðgeving um hvussu tað er júst har.

Pisan 2008

55


Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.