Pisan 2008

Page 14

FILMSVÍSUNDI í Aberdeen og Hollywood

Fróði H. Joensen, 24 ár, Aberdeen, Skotland. Hví hesa útbúgvingina? Havi faktiskt onga ítøkiliga frágreiðing upp á, hví eg valdi at lesa júst film/filosofi uttan, at tað altíð hevur havt mín áhuga, og altíð hevur verið ein partur av mínari náttúru at sett spurningar við ymisk evni. Hvussu við upptøku, krøvum og fíggjarligum stuðli? Meini at upptøkukrøvini eru Student, HF ella Handilsskúli, tó hevur ein møguleika fyri at supplera her, um ein einans hevur 10. flokk ella onkra aðra útbúgving, sum ikki lykur neyðugu upptøkukrøvini. Føroyar verða sæddar sum ein partur av EU, og tískil er ikki neyðugt við fíggjarligum stuðli frá ÚSUN meira. Danski staturin (SU) gevur føroyingum, ið lesa her, 5. 000 kr um mánaðan í 4 ár (og tað er skattafrítt), síðani rindar ÚSUN 3. 500 kr. um mánaðin. Eg búgvi á Hillhead Halls fyri 2. 500 kr um mánaðin. Hvat er innihaldið í útbúgvingini? Hvussu sær ein vanlig vika út hjá tær? 1. semestrið hevði eg formal logic 1 og 2 og moral philosophy. Formal logic umgerð setningar til formlar fyri at finna útav, um argumentið er galdandi ella ei. Moral philosophy setur spurningar við, hvat er rætt og skeivt, sum t.d. abort, rættindir hjá djórum, deyðshjálp og m.a. 2. semestrið, sum eg eri í holt við nú, havi eg

26

philosophy – knowledge and mind og eina intro til film-miðilin. Í filosofi diskutera vit dualism, kunstigan intelligens, sinnið hjá djórum og m.a. Film-fakið er bara ein inngangur til, hvat miðilin film er fyri nakað – heilt grundleggjandi. Hvussu dámar tær lestrarumhvørvið? Ótrúliga væl. Fólk eru fyrikomandi og vinarlig, serliga útlendingarnir. Og eg vil tilmæla øllum at búgva á Hillhead fyrsta árið í Aberdeen. Her møtir ein nógvum fólki við ymsum nationalitetum, sum er við til at víðka sjónarringin hjá einum snavurskygdum Annars er universitetið sjálvt eitt stak hugnaligt stað við gomlum bygningum og steinsettum gøtum. Bókasavnið er fínasta slag, men tey eru í holt við at byggja eitt nýtt, sum skal verða liðugt í 2009. Her er eisini eitt gott og gamalt Rocky-gym á universitetøkinum. Annars er tað møguleiki fyri at spæla fótbólt, rugby, ultimate-frisbee og nógvar aðrar ítróttargreinar fyri universitetið, um ein er nóg góður. Hvussu sært tú framtíðina? Eg eri framvegis á 1. árið, so eg taki 1 ár í senn, eftir sum ein hevur møguleika fyri at “ummøblera” útbúgvingina, áðrenn farið verður í holt við 3. árið. Ivist framvegis í, um eg skal taka ein joint degree í film/filosofi, ella velja at satsa upp á annað.

Pisan 2008

Dánial Pauli Gullstein Dalbø, 27 ár, Los Angeles, California, U.S.A. Hví hesa útbúgvingina? Tí hetta er tað, sum hevur mín áhuga. Eg ivaðist leingi í hvat fyri útbúgving eg skuldi fara undir, og vildi sleppa út í heim at lesa, t.v.s eitt sindur longur vekk enn Danmark og Bretland o.s.fr., og gjørdi so av at søkja her yviri. Columbia College- Hollywood var tann einasti skúlin, sum eg søkti á her yviri, tí øll fakini vóru innan film og so lá skúlin eisini í Los Angeles, og bjóðaði tad sum eina bachelor, so skúlin hevdi alt, sum eg vildi, so tá eg einafeðr bleiv góðkendur av skúlanum, ivaðist eg ikki. Hvussu við upptøku, krøvum og fíggjarligum stuðli? Eg søkti leingi áðrenn eg bleiv góðkendur, tað var ikki so heilt lætt. Eg sendi teldupostar og ringdi í heilum og pressaði uppá. Skúlin kravdi, at eg hevdi eitt sindur av skúlagongd, og eg havi HF útbúgving so har var ongin trupulleiki. Fíggjarligan stuðul fái eg frá SU og Stuðulsstovninum. Hvat er innihaldið í útbúgvingini? Hvussu sær ein vanlig vika út hjá tær? Innihaldið er alt innan film so sum; screenwriting, editing, acting, cinematography, producing, directing o.s.fr., har eg havi valt directing sum mítt “major”. Vit ganga eftir kvarttals systemi-

num, t.v.s vit hava somu fak 3 mánaðir í senn og skifta so 3. hvønn mánað. Vikurnar síggja líka út í 3 mánaðir í senn, so hetta kvartalið sær mín tímatalva soleidis út; mánadag havi eg 4 tímar, mikudag 8 tímar, hósdag 4 tímar. Hetta ljódar kanska ikki av so nógvum, men vit sleppa ikki at hava meir enn 5 fak um vikuna, t.v.s. 20 tímar, hvørt fak er 4 tímar, tí tað er so nógv heimaarbeiði. Hvussu dámar tær lestrarumhvørvið? Mær dámar ótrúliga væl. Skúlin er “lítil”, tað eru ikki so nógvir næmingar í hvørjum flokki, so lærararnir hava tíð til allar næmingarnar og eru ótrúliga stimulerandi fyri næmingarnar. Næstan allir lærararnir hava arbeitt innan films-ídnaðin og tað í sær sjálvum er øgiliga positivt haldi eg, tí tað eru stórfilmar, sendingar og tónleikavideo teir hava arbeitt við, og tað er jú tað, sum vit næmingar stremba eftir at sleppa at gera. Og so at skúlaumhvørvið er í hjartanum á filmsheiminum ger tad ikki verri. Hvussu sær tú framtíðina? Fyrst og fremst at sleppa inn í ídnaðin, arbeiða fyri teir stóru framleiðararnar, sum ørindadrongur ella okkurt líknandi, veit ikki ordiliga, bara sum ein fær fótin inn í ídnadin. Um ein fær okkurt betur so er tad ógvuliga gott, men ein má byrja onkustaðni. Málið er at gera mínar egnu filmar í framtíðini.

Pisan 2008

27


Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.