Dvølja IV

Page 1

Dvølja

Nr. 4 - jólablaðið 2010

,

Pakka inn vid hugflogi Tríggir ymsikir adventskransar

Gávuhugskot Baka til jóla


22

Ábyrgd, hugskot, myndir, uppsetan: Jóhanna Thomsen http://dvolja.johannathomsen.com dvolja@johannathomsen.com


Dvølja

Innihald Alt tað søta Kornflakeskøkur Dryppikøkur Myntbomm Rómakaramellur Banankøka Sjokulátakøka 1.2.3.4. 4 ljós á rammu 4 v. frískum blómum 4 ymiskir litir Vit pynta Jólakúlur Perlustjørnur Til �n frá mær Pakka inn Til og frá Jólagávuhugskot

ja l ø v D

4 6 6 7 7 8 9 12 14 16 20 21

10

18 22

24 26 28

Dvølja merkir at steðga á. Og við hesum netblaðið hevur tú nøkur hugskot til, hvat tú kanst takast við, tá tú ynskir at steðga á í gerandisdegnu. Dvølja er eisini ein stytting av orðinum dagdvølja. Ein dagdvølja er eitthvørt at stytta sær stundir við, eitt ítriv.

4 30

28 16


4


Kornflakeskøkur Dryppikøkur Myntbomm Rómakaramellur Banankøka Sjokulátakøka

5


Kornflakeskøkur Næstan sum mamma plagdi at gera tær, bara eitt lítið sindur betri 250 gr palmin 250 gr flormelis 200 gr kornflakes 75 gr kakao 50 gr myrk sjokuláta Muffinsformar Hakka sjokulátuna. Smeltað palminið og koyr sjokulátuna í. Koyr síðani flormelis og kakao í. Rør í til alt er smeltað. Vend kornflakesinum í. Koyr í muffinsformar og set í kuldaskápið at stadna. Skal goymast í kuldaskápinum.

Dryppikøkur Hesar leskiligu kryddsmákøkurnar er sera góðar at dryppa niður í temunnin, tí verðar tær kallaðar dryppikøkur heima hjá okkum 250 gr mjøl 250 gr putursukur 125 gr margarin 1 egg ½ pk bakipulvur ½ tsk natron 1 tsk nelikar 1 tsk kanel 1 tsk ingifer Elt alt tilfarið saman. Ger kúlur og trýstir tær eitt sindur flatar og legg tær á eina bakiplátu við bakipapír undir. Baka køkurnar á 190 gradum í uml. 8 min


Myntbomm 1 past. eggjahvíta 250 gr florsukur 5 dropar piparmynt Myrka sjokulátu Píska eggjahvítan luftigan. Sálda florsukri í og elt tað saman. Koyr droparnar av piparmynt í og elt. Ger smáar kúlur, trýst tær eitt sindur flatar og legg á bakipapír. Smelta sjokulátuna og sproyta hana oman á bommini. Bommini skulu standa í kuldaskápi eitt døgn áðrenn tey verða etin.

Rómakaramellur 150 gr sukur 1½ dl hunang 1½ dl róma 1 spsk ljósan sirop Myrk sjokuláta Koyr sukur, hunang, róma og sirop í eina grýtu við tjúkkum botni. Hetta skal kóka í 25-30min. Rør í av og á. Hevur tú eitt sukurtermometur, skal hitin vera 120 gradir. Tað ber eisini til at testa karamellið við at koyra ein dropa av karamell í kalt vatn, um tað ber til at rulla karamelli til eina kúlu, so er tað nóg væl kókað. Stoyt karamellið í smáar silikonformar. Set tað at kólna, trýst so karamellið úr formunum á bakipapír. Sproyta smeltaða sjokuláta á. Goymast í kuldaskápi.

7


Banankøka 125 gr mjøl 170 gr sukur 100 gr margarin 100 gr myrk sjokuláta 3 egg 1 banan 2tsk vaniljusukur 1 tsk bakipulvur

Smelta margarin og sjokulátu við lágum hita. Píska egg og sukur væl saman. Koyr mjøl, vaniljusukur og bakipulvur í og píska. Mosa bananina og koyra hana í. Koyr síðani margarinni og sjokulátuna í og píska varliga. Baka í 45 min á 175 hitastigum

8


Sjokulátakaka Sjokulátakaka 125 gr margarin 3 dl sukur 1 dl kakao 2 egg 2 tsk vaniljusukur 2 dl hveitimjøl

Hakka sjokulátuna. Koyr róman og margarinið útá. Rør í grýtuni til hetta kemur uppá kók. Tak grýtuna av hitanum og koyr sjokulátuna í. Rør í til sjokulátan er smeltað. Koyr sjokulátakremið Smelta margarinið. Koyr í eina skál og set tað í sukur, kakao og vaniljus- kuldaskápið í ein tíma. kur í og píska við lágari Smyr kremið á køkuna ferð. Koyr eggini í og og stroy ristaðar pinjapíska. Koyr síðani mjølið kjarnar omanyvir. í og píska. Koyr deiggi í ein rundan smurdan springform ella ein silikonform. Baka køkuna niðarlaga í ovninum í 20 min á 175 hitastigum. Køkan skal vera eitt sindur bleyt mitt í. Sjokulátakrem 200 gr myrk sjokuláta við høgum kakaprosenti 1½ dl róma 2 spsk margarin ½ dl ristaðar pinjakjarnar

9


10


4 ljós á rammu 4 við frískum blómum 4 ymiskir litir

11


12


Í glas og rammu Ramma adventskalendaran inn í ár. Hugnaligt, fjálgt og jólaligt 4 blokkljós Eina gamla rammu grann 1,2,3,4 tøl til ljós ymiskt silvur pynt Jólamyndir el. postkort Hvítt pyntiband Svart karton Sproytumáling

Sproyta rammuna, um hon ikki er tann litin tú vilt hava hana. Klipp kartongið so tað passar í rammuna. Legg karton, ymiskt pynt og myndir í rammuna. Set ljósini á og legg grann og pynt oman á glasið. 13


Jólareytt

Reytt er og verður jólaliturin. Vit koma ikki uttan um tann reyða litin á jólum. Hesin adventskransurin hevur vakrar avskornar reyðar nelikur

14


Tilfar 2 avskornar blómur 2 blómugløs (ella rørini, sum vaniljustengur eru í) 4 stakar til fýrfatljós mosa leiður reytt runt fat ymiskt reytt og silvur prýði Legg leiður á fati, set blómugløsini mitt í og stakarnar heilt úti við. Legg mosan oman á leiðri og pynta við silvur og reyðum prýði. Stoyt vatn í gløsini og set blómurnar í. Nelikur halda sær sera væl, men tær klára tó ikki allan jólamánaðin. Adventskransurin nýtist ikki at síggja eins út allan mánaðin. Tá tað er tíð at skifta nelikurnar út, kann man koyra eina aðra blómu í og møguliga skifta nakað av prýðinum út.

15


Advent viรฐ litum

16


Litríkur og ikki so siðbundin adventskransur við endurnýttum krukkum Tilfar 4 krukkur (liverpostej, babygreyt ella líknandi) Máling til glas, sum tolir hita (appelsingult, ljósareytt, grønt og blátt) Perlur í somu litum Silkitráð í somu litum Stáltráð 1 silvur fugl 2 glas diamantar Træbakka Tvær greinar av grann og annað grønt (hevur tú hava, kanst tú klippa tvær greinar av onkrum, sum er grønt hesa árstíðina) Lím Møguliga gliturspray

Mála krukkurnar í ymiskum litum. Drag perlur á stáltráðin og vint hann tvær ferðir runt um krukkuna. Vint silkitráðin tvær ferðir runt um krukkuna og líma endarnar fastar. Set krukkurnar á træbakkan. Sproyta glitur á greinarnar og legg tær millum krukkurnar. Set fuglin á greinarnar. Legg diamantarnar í greinarnar á mótsattu síðu, sum fuglurin.

17


Gert tú títt egna jólaprýði?

Hevur tú hug at deila tað við okkum? Send eina mynd av tínum heimagjørda jólaprýði og eina lítla frágreiðing, um hvussu tú hevur gjørt til Dvølju - dvolja@johannathomsen.com Nøkur av tykkara hugskotum verða løgd út á bloggin hjá Dvølju, dvolja.johannathomsen.com. So kunnu vit øll fáa gleði og íblástur frá hvørjum øðrum.

18


Jólakúlur Perlustjørnur

19


Hugskot: Helen Pállsson

Jólakulur ,

Tilfar Stáltráð Ymiskar perlur Silkiband Vatnballónir Vegleiðing Blás eina vatnballón upp. Drag umleið 20-30 perlur á stáltráðin. Vint tráðin fleiri ferðir runt um ballónina. Brest ballónina ogkoyr hana burtur. Bind eina sloyfu á kúluna.

20


Hugskot: Simona Hansen

Jólastjørnur Tilfar 12 hvítar perlur 54 reyðar perlur Tunnan stáltráð Silkiband Vegleiðing Drag eina hvíta, tríggjar reyðar x9 á stáltráðin (mynd 1). Forma ein trýhirning (mynd 2). Drag tríggjar reyðar, eina hvíta og tríggjar reyðar á tráðin og drag tráðin gjøgnum tí næstu hvítu (mynd 3). Drag tríggjar reyðar á tráðin og drag tráðin ígjøgnum tí nnæstu hvítu (mynd 4). Endurtak hetta til tú ert komin allan vegin runt. Fest endan og bint eitt silkiband í stjørnuna.

1

2

3

4

21


22


Pakka inn Til og frรก Jรณlagรกvuhugskot

23


Ein gáva til tín Hvít sum snjó Hvítt, lætt og reint sum ein eingil

Hvítt ríspapír, hvítt silkiband og hvítir �arðar. Legg ríspapírið trýdubult. Koyr tað um gávuna. Bint eina stóra silkisloyfu um og koyr �arðar undir sloyfuna.

Ungdómligt Ein ørðvísi og stuttligur háttur at pakka gávuna inn til tann unga móttakaran Er gávan ikki so stór, ber tað til at brúka eina síðu úr einari teknirøð at pakka gávuni inn í. Vel eitt blað, sum hoskar til aldurin á móttakraranum og sum móttakarin dámar at lesa. Svart band hóskar væl til, tí tað frammanundan eru so nógvir litir á papírinum. 24


Elegant Eitt belti um gávuna. Einfalt og elegant Pakka gávuna inn í svart papír. Einlitt ella við mynstri. Legg eitt breitt hvítt silkiband um gávuna, klistra tað á baksíðuna. Drag eitt beltispenni á eitt smalt lillalitt silkiband og legg tað mitt eftir tí hvíta silkibandinum.

Litríkt

Til tey litríku, sum ikki eru so siðbundin Pakka gávuna inn í grønt papír. Vikla eitt hvítt pynitband nakrar ferðir runt um gávuna. Bint eitt appelsingult band runt um gávuna og bint eina sloyfu.

Nostalgi

Einglar og reyð sloyfa, - júst sum í gomlum døgum Gávan verður pakka inn í brúnt pakkapapír. Líma gamaldags eingla glansimyndir á. Bint eina stóra reyða sloyfu við silkibandi. So verður tað ikki jólaligari. 25


Til... Frá...

Elegant

Stílfult og yndugt Klipp ein fýrakant úr svørtum karton. Klipp hornini rund. Ger eitt hol í eitt horn við einum holara. Drag eitt silkiband gjøgnum holið. Klistra ella líma eitt gimsteinslíknandi prýði á.

Ungdómligt Eitt hitt hjá børnunum og teimum ungu Klipp eina mynd av móttakaranum í uml 5x8cm. Ger eitt hol í eitt horn og drag eitt svart silkiband á. Hevur tú myndina á telduni og eitt myndaforrit, so kanst tú gera myndina svarthvíta áðrenn tú printar hana út. Børnini, sum ikki duga at lesa, halda at hetta er sera stuttligt, tí tey kenna sínar pakkar aftur, uttan at teu skulu hava hjálp at lesa lepan.

Litríkt

Ikki so siðbundi, tó jólaligt Klipp eit skúmark við glimmur á aðrari síðuni út í eitthvørt skap, fýrakant, runding ella hjarta. Ger eitt hol í og drag eitt silkiband í gjøgnum. Brúka ymiskar litir á glimmur-skúmarkinum og bandinum við stórum kontrasti. Glimmurskúm fæst í ítrivshandlum.

26


Nostalgi Einglarnir taka okkum aftur til jólini, tá vit vóru børn Líma tríggjar einglaglansimyndir á ein ljóst brúnan merkiseðil. Brúka eitt reytt silkiband til sloyfuna. Merkiseðlarnir fáast í bókahandlum og ítrivshandlum.

Hvít sum snjó

Til eingilin í familjuni

Klipp ein fýrakant út úr hvítum karton, runda hornini. Ger eitt hol í eitt horn og drag eitt hvítt silkiband í gjøgnum. Líma ein hvítan �øður á . Drag eitt gimsteinslíknandi prýði á silkibandið. 27


Klemma meg

Hesar púturnar eru lekrar at ballað seg við, bleytar at klemma og stuttligar at spæla við. Tær eru seymaðar úr toyrestum og fyltar við einari gamlari dýnu. Við eitt sindur av hugflogið, kanst tú seyma nógvar ymiskar og stuttligar pútur. 28


Ein fín prinsessa

Prinsessupútan er rund og er í tyllniðurdeili og hevur prinsessukrúni.

Ein lítil kúllur

Púturnar gerast enn stuttligari, um baksíðan er ørðvísi enn restin av pútuni. Brúka eitt mynstrut toy í øðrum litum ella eina brúka eina gamla bundna troyggju í litum sum hóska til restina av pútuni.

29


Hálsband Tilfar

2m svartan, voksaðan hørtráð 115cm appelsingulan silkitráð 2 svørt metalbløð uml. 45 ymiskar svartar og appelsingular perlur 3 svartar perlur við so stórum holi, at báðir træðrirnir passa í gjøgnum

Bind eitt blað í annan endan á hørtráðnum. Bind hørtráðin runt um endan á silkitraðnum. Bind ein knút á hørtráðin uml. 3cm omanfyri blaðið. Drag tríggjar perlur á hørtráðin, heilt oman til knútin og bind ein knút omanfyri perlurnar. Bind aftur ein knút á hørtráðin eini 3cm omanfyri perlurnar. Drag ein stóra perlu á báðar træðrirnar og bind ein knút á hørtráðin. Knýt og drag perlur á allan tráðin og enda við einum blaðið. Og knýt hørtráðin runt um silkitráðin.

30


Armband Tilfar

Uml. 35cm svart flættað leðurband Uml. 35cm appelsingulan silkitráð 2 stk stórar perlur Lás Lím Klipp leðurband og silkitráð so langan, at tú fært hann tvær ferðir runt um armin. Líma band og tráð niður í annan partin av lásinum. Drag báðar perlurnar á og líma endarnar í hin partin av lásinum.

Stutt hálsband, vundið fleiri ferður runt um hálsin.

Brúka tað sum eitt armband, vundið fleiri ferðir um armin. 31


Lekkurt helsi Genturnar ynskja sær ein bleytan pakka í ár, og eitt lekkurt, heitt helsi skal vera í Lillalitt Easy tógv - 6 noða. Legg trý noða saman og kasta 20 eygu á stokk nr. 20. Bint 54 umfør, læs av og seyma saman.

32


Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.