Smoothies

Page 1

Smoothies

www.dvolja.com www.johannathomsen.com


Kivi Tvær kivi Eitt súrepli 1 dl. súrepladjús 2 spsk. sitrónsaft Ísterningar Flys kivifruktirnar og sker tær í kvart. Flys súrepli, sker kjarnina úr og sker tað í bitar. Koyr frukt og djús í blendara, blenda væl. Stoyt í gløs og koyr ísterningar í.




Sjokobanan Ein banan 1 spsk. kakao 1,5 dl ísbland Hakkaða sjokolátu omaná Koyr bananina, kakao og ísbland í blendara og blenda væl. Stoyt í eitt stórt glas ella tvey smá gløs. Stroy hakkaða sjokolátu omaná.


Appelsin-jarðber Tvær appelsinir 100 gr. fryst jarðber Flys appelsinirnar. Sker tær í bitar og pilka steinarnar úr. Koyr appelsinbitar og jarðber í blendara og blenda væl. Stoyt í eitt stórt glas ella tvey smá gløs.



Rabarba

50 gr rabarbur - 1 dl ísbland Koyr rabarburnar í eina grýtu, læt tær koma uppá kók. Blenda rabarburnar. Set rabarburnar í kuldskápið minst ein tíma. Píska ísblandið. Koyr rabarburnar í og píska.


Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.