Glóðin 10

Page 1

Nr. 10 4. ársfjórðingur

2013

ISSN: 1602-5652

útlendingar elska útoyggjarnar GIMSTEINAR Í KRÚNUNI

Luttøka og íverksetan á bygd Skúlin á útoyggj - samstarv og góð undirvísing

Landbúnaður ítriv ella vinna


Innihald Vit á útoyggj . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 3

Tann unga bygdin - Húsar. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 24

Gimsteinar í krúnuni. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 4

Luttøka og íverksetan á bygd. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 25

Útlendingar elska útoyggjarnar . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 6

Hagtøl sum tala. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 26

Smakkurin av tí upprunaliga . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 8

Ein spegilsmynd av Føroyum.. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 27

Súrlig og leskilig .. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 10

1000 hugskot. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 28

Matur sum ferðaminni . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 12

Fugloyggin var av fyrstu tíð flotoyggj.. . . . . . . . . . . . . s. 29

Landbúnaður ítriv ella vinna. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 14

At avtofta útoyggjar - er eintáttað hugsa. . . . . . . . . s. 31

Her stóð Dragin purpurlittur.. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 18

Gongdin kann brádliga venda. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 32

Bátarnir í Svínoy . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 20

Gleði og gaman.. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 33

Føldi meg ongantíð einsamallan. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 22

Hetta vil Útoyggjafelagið!. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 34

Skúlin á útoyggj. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 23

Stutt tíðindi og kunning. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 35

Eva starvast í Kundatænastuni, og er altíð til reiðar at vegleiða og hjálpa tær, um tú hevur fyrispurningar ella trupulleikar við gjaldskortinum. Ring bara :)

Kundatænasta við enn fleiri møguleikum

Ring bara... Vit hava víðkað um Kundatænastuna við ráðgevum, so tær ikki nýtist at tosa við tín egna kundaráðgeva um allar fyrispurningar.

348 000

eik@eik.fo

Í Kundatænastuni ráðgeva og svara vit tær beinanvegin um eitt nú sethúsafígging, bilfígging, kort og netbankan. Vit svara á tel 348 000 mánadag til hósdag til kl. 17.30 og fríggjadag til kl. 16.00. Les meira á www.eik.fo um nýggju Kundatænastuna, og um hvussu tú brúkar okkum best.

Mán. til hós. til 17.30 Frí. til kl. 16.00.


vit á útoyggj Nú hevur tú enn eina ferð møguleikan at koma við okkum á útoyggj - at síggja og uppliva, hvat ið hendir. Hetta árið hevur ikki verið øðrvísi enn so mong onnur. Tað hevur verið nóg mikið at gera fyri tær fáu hendur, sum eru tøkar á útoyggj, og tey, sum hava vitjað, hava ikki verið færri enn árini frammanundan. At búgva á útoyggj er ein lívsstílur. Tað ber nakrar avmarkingar í sær, men minst líka nógvar gleðir. Hetta er okkara heim, og staðið, vit hava valt at búleikast í. Men tað eru fleiri enn vit, ið eru bergtikin av okkara vøkru oyggjum, friðinum og nærleikanum til móður jørð. Nógv av teimum ferðafólkum, sum koma at vitja, koma aftur, ár um ár, tí her finna tey okkurt, ið ikki finst aðrastaðni. Men nú vetrarstormarnir leika og tað er myrkt, kann vera einsligt á útoyggj. Ikki tað, fleiri njóta hesa tíðina, tí tað er friður at putla við ymisk ítriv, ella gera arbeiði, sum liggur á láni. Men tað eru eisini stundir at grunda um tað, sum farið er, eitt nú hví so nógv tíðindafólk hava áhuga fyri útoyggjunum, og hava verið her við bæði upptøku- og myndatólum, og skriva greinar um okkum og okkara mentan í útlendsk­ um bløðum. Lítið vita hesi tíðindafólk um, at vit eru nøkur her í Føroyum, sum noyðast at stríðast fyri at halda út­ oyggjum á lívi. Og at tað slett ikki er

so upplagt at búleikast her, tá tænasturnar fækka og ferðasam­ bandið verður skert. Tey vita heldur ikki, at eisini føroyskir búskapar­ frøðingar mala til at avtofta út­oyggj­ arnar, og at nakrir av okkara pol­ itikarum eisini hella tann vegin. Men tíbetur so fer skjótt at lýsa aftur, og dagarnir fara at leingjast. Tá remba vit okkum, bretta okkum á og fara til verka. Vit royna enn eina ferð at trúgva uppá, at tað eru fleiri enn vit, ið síggja virðini á hesum okkara fantastisku oyggjum, ið ferðavinnan hevur funnið útav at gagnnýta, eins og øll tey, sum á hvørjum ári leita sær á útoyggjastevnurnar, tí tey eisini halda, at útoyggjarnar eru verdar at varðveita og menna. Í Glóðini hesaferð ferðast vit eitt sindur víða. Vit fara til Íslands at hyggja at hugskotum til vinnulig tiltøk. Vit hyggja at landbúnaði, ferðavinnu og skúla. Vit vitja í Hesti, á Húsum, í Svínoy og í Fugloy, og vit fara eisini á útoyggjastevnu. Til sein­ ast, men ikki minst, hava vit nakrar lýsingar í blaðnum, sum vísa, at tað eru fyritøkur og kommunur, ið stuðla arbeiðinum at menna útoyggj­arnar, og tað eru vit sera takksom fyri. Góðan lesihug - vegna ritstjórnina Olga Biskopstø, samskipari

”Nógvar eru løturnar, ið vit, sum búgva á útoyggj, og vit, sum vitja, við gleði kunnu líta aftur á”

Útoyggjafelagið Nevnd: Óla Jákup úr Dímun, formaður Esbern í Eyðansstovu Olga Biskopstø, samskipari Umboðsráði: Magni Garðalíð, formaður Jóhanna Hansen Andras í Frammistovu

Eyðun Eliasen Magnus Eliasen Katrina Johannesen Karstin Lenvig Harry Jensen Jógvan Jón Petersen www.utoyggj.fo Glóðin • nr. 2013 Glóðin nr.10 8 •• 2005

3


GIMSTEINAR Í KRÚNUNI ”Útoyggjarnar eru nakrir av teimum týdningarmestu gim­steinunum í krúnuni – Føroyum sum ferða­fólka­landi”. Hetta sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Ferðaráð Føroya Samrøða við: Guðrið Højgaard, stjóra á Ferðaráð Føroya Glóðin hevur sett Guðrið Højgaard, stjóra á Ferðaráð Føroya, nakrar spurn­­ing­ar, um leiklutin hjá útoyggju­ num í sambandi við ferðavinnu í Føroy­um, og í hvønn mun Ferðaráðið sær útoyggjarnar sum ein møguleika í marknaðar­ føringini av Føroyum sum ferða­mannalandi. Hvønn týdning hava útoyggjarnar fyri ferðavinnuna í Føroyum nú og frameftir?

4

Glóðin • nr. 10 • 2013

”Útoyggjarnar eru nakrir av teim­ um týdningarmestu gim­steinu­num í krúnuni Føroyum sum ferða­ fólka­ landi, greiðir Guðrið frá. Eg haldi, at um ein ikki hevur vitjað á útoyggj, hevur ein ikki fingið eina heila mynd av Føroyum. Tí royna vit eisini sum mest møguligt at geva okkara fjøl­ miðlagestum henda møguleika, fyri at varpa ljós á útoyggjarnar – og hesar vitjanirnar eru eisini ofta tað, sum stendur sterkast í minninum hjá tei­ mum aftan á ferðina. Føroyar skulu selja seg uppá at vera nakað serstakt,

ein kontrast til stressandi stórbýarlarm og trafikk­propp­ar, og mugu útoyggj­ ar­nar í Føroyum sigast at vera tann reini kontrasturin til tað. Friður, eina­ standandi náttúra, gestablídni, frísk luft, djóralív - tíð til reflektión og vælveru. Útoyggjarnar leggja upp til tað, sum allur vesturheimurin leitar eftir í løtuni – mindfulness! - sigur Guðrið og greiðir frá, hvønn týdning tað hevur fyri Ferðaráðið, at tey hava møguleikan at senda útlendsk tíðindaog myndafólk á útoyggj at taka mynd­

Mykines. Mynd: Bárður Mikladal


“Útoyggjarnar leggja upp til tað, sum allur vesturheimurin leitar eftir í løtuni – mindfulness!”

Guðrið Højgaard, stjóri á Ferðaráð Føroya

ir og filma. ”Okkara útoyggjar eru við til at gera Føroyar serstakar, so vit halda, at um ein ikki eisini hevur verið á útoyggj, hevur ein ikki rættuliga vitjað Føroyar. Ein vitjan í t.d. Stóru Dímun ella Fugloy er eitt ógloymandi upplivilsi – nakað heilt unikt, sum tú ikki fært aðrastaðni nakað sum stendur heilt í mótsetning til stór­ býirnar, sum tey flestu av okkara vitjandi koma frá. Vit spyra Guðrið, um tað er neyð­ugt, at tað búgva fólk á útoyggj. Kundi tað

ikki verið líka gott, um bygdirnar vóru fólkatómar, tí náttúran er har hóast alt? ”Nei”, sigur Guðrið: ”uttan fast­ búgvandi fólk verða oyggjarnar bert sum tóm museum, og tá missa tær jú sín kjarna og atmosferu”. Men um vit framhaldandi skulu brúka útoyggjarnar í ferðavinnuhøpi, hvat er so mest neyðugt at tryggja sær? ”Tað er fyrst og fremst reglulig atgongd, við skipi ella tyrlu er tað eitt 'must'", sigur Guðrið. "Um fólkini á

1. mai 2012 byrjaði Guðrið Højgaard í starvinum sum stjóri í Ferðaráðnum. Guðrið er útbúgvin cand. merc. og hevur drúgvar royndir frá arbeiði við ferðavinnu, eitt nú í Svøríki. Málsetningurin, sum Guðrið setti fyri ferða­ vinnuna, tá hon byrjaði, var at skapa vøkstur aftur í ferðavinnuna, og arbeiða miðvíst við at røkka lang­­tíðar visiónini um at gera ferðavinnuna til eitt týdningarmikið bein afturat í føroyska landsbú­skapinum, við í 2020, at røkka 1 mia. kr. í um­setningi. Eitt av amboðunum at náa hesum máli var at geva føroysku ferðavinnuni eitt nýtt brand. Hetta mál var nátt í summar, tá nýggi samleikin var kunngjørdur. Tað er

útoyggj skulu fáa nakað økonomiskt burturúr ferðavinnuni, er tað týd­ ningar­­ mikið, at tey kunnu bjóða innivist, mat og kanska eisini guiding. Skipanin við Heimablídni er uppløgd til útoyggj, sum ger tað møguligt at bjóða gestunum mat – tað er eisini ein fantastisk uppliving hjá ferða­ fólkunum at sleppa heim til føroying­ ar at uppliva teirra mentan og ger­ andisdag”.

Sansir, sum saman við Liquid Minds hava gjørt brandið til Visit Faroe Islands: ”un” ella ”ó”: unbelievable, unspoiled, óspilt, ótrúligt... - Um nýggja brandið sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Ferðaráð Føroya: ”Hetta fer at ávirka alla marknaðarførslu av Føroyum framyvir og eisini allar aktørar í føroysku ferðavinnuni”. Vit kunnu siga, at Útoyggjafelagið er vorðið ein partur av hesi marknaðarføring, tá nýggja heimasíðan www. vit.fo verður almenn, fyrst í komandi ári. Eitt átak, ið kemur at marknaðarføra útoyggjarnar og Føroyar sum forkunnugt ferðamál. Glóðin • nr. 10 • 2013

5


Mykines, Mynd: Bárður Mikladal

Á veg til Stóru Dímun

Útlendingar elska útoyggjarnar Bara í 2013 vóru fleiri enn 20 fjøl­ miðlafólk og vitjaðu í Stóru Dímun. Hetta vóru bæði blaðfólk, mynda- og filmsfólk, fólk frá kendum tíðinda­ stovum, smærri tíðarritum og free­ lance-fólk. Umframt Dímun hava allar hinar útoyggjarnar eisini havt vitjan av fól­ ki, sum hava sum endamál at kunna um Føroyar. Fyri kortum sóu vit m.a. filmin ”Nak & æd, við Jørgen og Nikolaj í DR2”, hann var framleiddur í Myki­ nesi. Í oktober sóu vit norsku send­

ingina ”Vesterhavsøyene”, sum eisini var á útoyggj og vísti, hvussu fantastiskar hesar oyggjar eru, og í vár kemur ein niðurlendskur filmur, sum m.a. fer at lýsa lívið í Stóru Dímun. Og áhugin er stórur, hetta váttar Visit Faroe Islands, ið sum oftast eru tey, sum fáa sambandið í lag millum fjølmiðlafólkið og fólk á útoyggj, ið vilja taka ímóti. Útoyggjafelagið fær ofta fyri­spur­ ning­ar um at hava samrøður við hesi fjølmiðlafólk. Tíðum seta tey spurn­­ ingin, hvussu vit hava megnað at hava

hesi øki búsett. Tey halda, at Út­ oyggjar­nar eru serstakliga áhuga­verd­ ar, sum ferðavinnuøki. Millum annað leggja tey stóran dent á samrøðurnar við bygdarfólkið og siga, at teirra søgur og frágreiðingar um nær­um­ hvørvið eru nakað heilt serligt. Eitt annað, sum fjølmiðlafólkið hevur áhuga í, er maturin. Lokali mat­ urin og mentanin kring matin. Tað besta, teimum dámar, er at sleppa inn í ein hjall at taka myndir, ella taka myndir at fiski og grind, sum hong til ræsingar.

a inn í ein hjall at taka myndir, Tað besta, teimum dámar, er at slepp m hong til ræsingar ella taka myndir at fiski og grind , su

→ KOKS

52

▪ TórShavn FORUM FÖR ekonomi och teknik

what’s cooking

nr 4 2013

▪ färöarna ▪ www.kokS.fo

→ HOtel Hafnia

→ HOtel förOyar

▪ TórShavn ▪ färöarna ▪ www.hafnia.fo

▪ TórShavn ▪ färöarna ▪ www.hoTeLforoyar.com

FORUM FÖR ekonomi och teknik

nr 4 2013

86 REPORTAGE Faroe

53

87

Fisket är Färöarnas huvudnäring – det mesta exporteras.

Skerpikjött är fermenterat fårkött.

Leif Sörensen är köksmästare på Koks

En färisk buffé med fårkött i olika former.

En vandringstur på ön Tindhólmur på västra Färöarna är en oförglömlig upplevelse.

Till havets ände Kenneth nars TexT ○ eriK OlssOn foTo Vi letar ständigt efter nya resdestinationer på andra sirotfrukter. Då man på grund av det stränga vädret, fiskarnas dan jorden. Exotiska kulturer, intressant mat och vacklånga färder och de långa avstånden mellan samhällena inte ra vyer står högt på önskelistan. Men allt detta finns att kunde hålla sig med färskvara var lösningen att konservefå närmare än vi anar, i vår nordiska natur. En av de mest ra maten. Detta gjordes genom att hänga upp fårköttet och storslagna destinationerna i Norden är utan tvekan Färtorka det. Då saltet ännu före 1700–1800-talet var dyrt blev öarna. köttet osaltat. Resultatet blev att köttet fermenterade, det Exakt var Färöarna ligger är inte alltid så lätt att minnas. vill säga gick igenom en förruttningsprocess. Svaret är ute i Nordatlanten rakt norr om Skottland, mitt emellan staden Bergen i Norge och Island. Färöarna inneLufttorkat, fermenterat lammkött går under namnet har en liknande självbestämmandeätt som Åland. ”skerpikjött” eller ”raest”. På grund av det svala vädret Färöarna har genom tiderna varit eftertraktade för sina och den relativt torra luften skapar fermenteringen inga fiskevatten och lummiga betesmarker för får och boskap. farliga bakterier, utan en omtyckt delikatess bland färFäringarna är vana Det lokala fångandet av grindval är en urgammal tradition, ingar. Smaken är, beroende på hur fermenteringen gått sjömän. vars nödvändighet är mycket omtvistat idag, även om valtill, minst sagt pikant, med ostliknande toner i kombiköttet fortfarande är en viktig del av den färiska matkulturen. nation med smaken av fårkött. Som många isolerade öar har även Färöarna sin egen matkultur. Unikt För den som inte känner sig lockad av ruttet fårkött på sin resa ermed den färiska maten är att den överlevt till modern tid och fortfarande bjuder Färöarna på mycket annat gott, främst från havet. Havskräftorär en del av både vardag och fest. Grunden i denna föda är fisk, fårkött och na från ön är berömda för att vara feta och stora - bland annat världens

Färiska havskräftor.

På sjöborrar äter man romen.

Kalvkött med örter på Koks.

Modern nordisk mat på Koks.

bästa restaurang Noma i Köpenhamn får sina havskräftor från Färöarna. Torsk och annan fisk är av superb kvalitet och många oupptäckta delikatesser väntar fortfarande på att upptäckas. Bland dessa finns stora hästmusslor och fantastiska sjöborrar, vars orangefärgade rom är en delikatess som uppskattas speciellt i Sydeuropa och Japan.

och rotfrukter tillredda med en finess som är helt i klass med de nordiska stjärnrestaurangerna i Köpenhamn, som fungerat som förebild för Koks. Att restaurangen dessutom lyckas hålla sig med ett ungt och kunnigt team både i köket och i salen är imponerande för en ögrupp med 48 000 invånare.

Inne i Färöarnas huvudstad Torshavn finns ett antal restauranger, som bjuder på internationell mat. Det mesta av detta är relativt ointressant, med Hotel Hafnias moderna restaurang som enda undantaget. Ett annat alternativ som inte ska missas är fish & chips-kiosken uppe vid stadens torg. För en tia får man en frasigt friterad portion färsk kolja med pommes frites, inslaget i tidningspapper som sig bör. Enkelt och gott, och perfekt som lunch. Färöarnas främsta gastronomiska destination ligger ovanför centrum med magnifik utsikt över staden och havet. Det är Hotel Föroyar med restaurangen Koks. I köket basar färiske kocken Leif SörenSen som bjuder på ett fantastiskt genomsnitt av öns bästa smaker i en modern tappning. Bland dessa finns havskräftor, pilgrimsmusslor, sjögräs

Färöarna har traditionellt lockat resenärer mest med sina storslagna naturupplevelser i berg och på havet. Men som en gryende gastronomisk destination har öriket en lysande framtid framför sig. Efter en fisketur på havet och en middag på Restaurang Koks finns det ingen tvekan kvar om den saken. 

DE FaEröEr

Le isoLe senza aLberi dove i Marinai hanno Messo radici Brulle, Battute dal vento, sperse nell’oceano tra norvegia e islanda. l’arcipelago delle faroe è un posto duro per vivere. ma i pochi aBitanti non l’aBBandonereBBero mai. perché il paesaggio è estremo e Bellissimo Foto di Mauro Galligani – Testo di Laura Leonelli

Kenneth Nars skriver om trender i restaurangvärlden och ger tips om kulinariska upplevelser i när och i fjärran.

Panorama Travel maggio 2012

DE FaEröEr

Panorama Travel maggio 2012

62° 00′ NOOR D, 0 6 ° 4 7 ′ WE S T

Tekst Auke Hulst Fotografie Ilvy Njiokiktjien Columbus-reporters Auke Hulst en Ilvy Njiokiktjien ontdekken de woeste schoonheid van de Faeröer Eilanden, met een van de grootste vogelkolonies op aarde, muzikanten die de wereld willen veroveren en bovenal: de overweldigende sound of silence.

060

6

061

Glóðin • nr. 10 • 2013


Stóra Dímun, Mynd: Bárður Mikladal

Í Skúgvi, Mynd: Kristian Petersen

Norðuri á Kalli, Mynd: Bárður Mikladal

Húsar, Mynd: Bárður Mikladal

Fjallfólk á Húsum

Stóra Dímun

Stóra Dímun

Glóðin • nr. 10 • 2013

7


a ig l a n u r p p u tí v a in r u k k Sma

Pernille Kløvdal Helweg: sum var í Føroyum í samband við framsýningina: Hvaltegn & dyrespor 2011. Hini á myndini eru Niels Wibroe, og Jógvan Jón Petersen.

Útlendingar halda, at føroysk­ur matur er spennandi og for­kunnugur. Men hvat er før­oyskur matur, og hvat er tað, sum útlendingurin spyr eftir? Tá vit hugsa føroyskt, hugsa vit um ræstan fisk, ræst kjøt, skerpikjøt, grind, rullupylsu, knettir og líknandi. Tað, sum útlendingur ikki veit, er, at føroyingar slættis ikki eta so nógv av hesum, at tað er árstíðarknýtt, at tað mesta ikki kann keypast í handlinum ella fáast á matstovunum. Og so eru tað nógv, sum slættis ikki eta ”føroyskan” mat. Tað næsta, tú kemur føroyskum mati, soleiðis til gerandis, er á útoyggj. Nógv húsarhald á útoyggj eta næstan bara mat, sum tey sjálvi hava framleitt og hagreitt. Eitt dømi um eitt væl dekkað føroyskt borð var, tá vit vitjaðu Stóru Dímun í vár. Eitt ferðalag av fólki frá Slow Food. Á borðinum var skerpikjøt, skinsakjøt, rullu- og kjøtpylsa, heima­ gjørt livradeiggj, heimagjørt smør, súltaðar røtur, rabarbusúltutoy, egg, mjólk, beinleiðis frá kúnni, afturat var heimabakað breyð og drýlur. Ein

serlig máltíð, ið smakkaði væl og seint verður gloymd. Hetta er veruligt Slow Food, søgdu útlendsku gestirnir, og Rie Boberg fekk íblástur til at skriva

Í køkinum í Dímun, Janus og Eva úr Dímun

8

Glóðin • nr. 10 • 2013

grein um máltíðina í eitt mat-tíðarrit. Á útoyggj er hetta ikki nakað serligt, bara vanligur gerandiskostur.

Væl gagnist.


Hønur í Dímun

”Á útoyggj er hetta ikki nakað serligt, bara vanligur gerandiskostur”

Skinsakjøt

Borðreitt í Dímun Veltan í Dímun

Glóðin • nr. 10 • 2013 Ræstur fiskur

9


Súrlig og leskilig Vinnarin er ein leskilig, eitt sindur súrlig saft við góðari fyllu, hon hevur góðan anga av rabarbu... Vinnarin er ein leskilig, eitt sindur súrlig saft við góðari fyllu, hon hevur góðan anga av rabarbu... Tað var sum hjartað steðgaði. Kundi tað vera so galið, at saftin hjá Jóhonnu vann? Men nei, hetta var eyð so bjartskygt, men tað var ótrúliga spennandi. Saftin, sum vann, var ikki av Húsum, men frá Östanö Skafferi í Svøríki. Östanö Skafferi er ein familju­ fyritøka, tað 11´inta ættarliðið á garðinum. Tey dyrka trý sløg av rabar­ bum, og hava valt tey sløgini, ið hava minst oxalsýru og geva besta lit. Hetta er 10´inda árið á rað, har tey hava latið inn rabarbusaft til kappingina, og fyrstu ferð, tey hava vunnið. Jóhanna Maria var við Í oktober mánaði luttóku umboð fyri Útoyggjafelagið í stóru kunnleika- og hugskotsstevnuni fyri mat-handverk, nevnd Särimner, í Östersund í Svøríki. Särimner: www.eldrimner.com er eitt svenskt tiltak, ið verður hildið annað­ hvørt ár. Í ár var tiltakið víðkað, til at fevna um kunnleika til mathandverk úr øllum Norðurlondum. Tað var Ny Nordisk Mad, sum stóð fyri okkara luttøku og hevði boðið felagnum at luttaka við verkætlanini: Matur sum ferðaminnir. Vit takkaðu ja til innbjóðingina og teknaðu Johonnu Maria Isaksen av Húsum til kappingina, við sínari rabarbusaft. Ein hørð kapping Spenningurin var stórur, tá panelið, sett við serkønum svenskum mathandverkarum, skuldu smakka saft­ ina. Hetta gekk fyri seg í einari stórari høll, og vit kundu ganga har og

10

eygleiða og lurta eftir kjakinum. Har vóru alskyns vørur, í 40 ymiskum vørubólkum. Sjálvandi var øll vøran latin í íløt, so tað ikki var sjónligt hvør átti hvat. Og kappingin var hørð, tí fleiri enn 500 sløg av vøru vóru teknað til. Tá vinnararnir vóru funnir, bjóðaði dóms­nevndin øllum luttakarunum til fundar, har møguleiki var at fáa gjølliga grundgeving fyri dóminum av vøruni. Rabarbusaftin hjá Jóhonnu Mariu fekk góða móttøku. Saftin er framleidd úr vínrabarbum og vistfrøðiligum sukri, og hevði góðan, frískligan smakk. Í mun til rabarbusaftina, sum vann, var tað mest liturin, ið gjørdi munin. Framleiðslan av rabarbusaft av Húsum, er liður í framleiðslu burtur úr lokalum urtum og plantum á útoyggj. Miðað verður eftir at fáa gongd á framleiðslu av fleiri ymiskum vørum tey komandi árini. Íslendskur makrelur vann gull Íslendska fyritøkan Sólsker vann gull fyri vøruna: Hitaroyktur makrelur. Umframt hetta fingu íslendingar eitt silvur- og eitt bronsuheiðursmerki fyri ávikavist eina turkaða og eina roykta pylsu úr lambskjøti frá Klaus Kretzer, Delikatessen. Av hinum norður­lond­ u­num fingu Áland og Finnland eisini virðislønir.

Svensk saft

Luttakari í dómsnevndini

Munur á litinum á rabarbusaftini

Nógvir møguleikar í smáframleiðslu Fyri Ny Nordisk Mad var tiltakið ætlað at seta fokus á norðurlendska matmentan, og ikki minst at styrkja kunnleikan til smáframleiðslu av mati

Glóðin • nr. 10 • 2013 Dómarapanel greiður frá


Vørur frá svenskum mat-handverkarum

Vørur frá svenskum mat-handverkarum

úr lokalari rávøru, og teir møguleikar, sum liggja í hesum. Fyri Útoyggjafelagið hevur arbeið­ ið við at menna eina slíka framleiðslu fremstu raðfesting. Vit grunda hetta á tørvin á inntøkugevandi virksemi á smáplássum. Men frá at kenna møgu­ leikarnar, til at hava eina dygdarvøru

Íslendskur luttakari við prógvinum

Johanna Maria í Svøríki

á marknaðinum, er langur vegur. Tí eru tiltøk sum hetta hjá Ny Nordisk Mad kveikjandi og uppbyggjandi, men ikki minni týdningarmikið er netverkið og kunnleikin til royndirnar hjá øðrum, ið hava arbeitt við slíkum í mong ár. Útoyggjafelagið fer kom­ andi árini at virka fyri, at verkætlanin

Svenskar vørur

Matur sum ferðaminnir verður víðkað, so fleiri framleiðarar koma uppí. Vit síggja nógvar møguleikar í hesum, og kann hetta eisini vera byrjanin til aðrar spennandi fram­ leiðslur burtur úr lokalum rávørum.

Íslendskur royktur makrelur

Mathandverkara tiltakið

Saftin sum vann gull

Glóðin • nr. 10 • 2013

11


Urtir og plantur í nærumhvørvinum

Matur sum ferðaminni Leingi er tað, ið væl skal verða men í summar gav Heilsufrøðiliga Starvsstovan loksins grønt ljós til at fara undir at hagreiða vørur burtur úr urtum og plantum, tó enn fevnir loyvið bara um vørur burtur úr rabarbum og hvonn. Verkætlanin Matur sum ferða­ minni fekk vind í seglini í summar, tá Heilsufrøðiliga Starvsstovan góðkendi køkin hjá Viljin Food, v/Magna Garðalíð á

12

Glóðin • nr. 10 • 2013

Húsum, sum framleiðsluhøli. Hetta ger, at virksemið nú av álvara kann fara í gongd, og tað er eisini ætlanin komandi summar, tá náttúran aftur stendur í fullum blóma. Hetta merkir

tó ikki, at vit eru komin á mál, tí enn vantar okkum góðkenning til fleiri

urtir og plantur, ið vit skulu brúka í framleiðsluni. Her er serliga talan um framleiðslu av te og øðrum turkaðum vørum. Málið hjá Útoyggjafelagnum er nú at fáa írestandi góðkenn­ingar­ nar, menna góðsku­hand­bók­ ina enn meira, og bjóða fleiri at taka lut í framleiðslu­ toyminum. Uppgávan hjá felag­­num verður at samskipa framleiðsluna, tryggja dygd og heilsufrøðiligu krøvini, marknaðar­ føring og útbering.

Summar á útoyggj, Mynd Bárður Mikladal


Jóhanna Maria Isaksen, í køkinum á Húsum

Framleiðarar kunnu tekna seg til at lata rávørur - og kunnu sjálvi koma við vøruni í køkin at gera hana til. Síðan verður vøran seld í felag, men hvør einstakur fær avkastið. Høvuðsendamálið er at skapa vinn­u­ligar møguleikar á útoyggj og at gagnnýta rávøruna í nærum­hvørvi­ num. Eydna á Geilini kókar rabarbusúltutoy

Jona í Lon

Fríða Isaksen

Øll, sum búgva á útoyggj, og onnur, ið hava áhuga í at framleiða dygdarvørur til ferðavinnuna, kunnu vera við í tiltøkunum, sum felagið skipar fyri. Málið er at skipa fyri skeið­ um og evnisdøgum, sum liður í upplæring og ráðgeving. Sum frá líður, vóna vit at kunna víðka verkætlanina, til eisini at fevna

um aðrar vørur av útoyggj. Talan skal bæði vera um at framleiða mat sum ferðaminni, og bjóða fólki serligan lokalan mat, tá tey vitja oyggjarnar.

Urtir í Nólsoy

Rabarbur í Svínoy

Urtir í Nólsoy

Málið er at skipa fyri skeiðum og evnisdøgum, sum liður í upplæring og ráðgeving Útoyggjafelagið í Nólsoy Royndir við ymiskum urtum

Disa í Nólsoy var lærari

Fríða og Jóhanna Maria gera góðskuhandbók

Glóðin • nr. 10 • 2013

13


Landbúnaður ítriv ella vinna Hetta er ein spurningur, ið nógv á sum fæst fyri seyðin, er ikki nógv jørð, og tí er hon trupul at fáa hendur útoyggj seta sær í hesum døgum, nú eftir. Tað eru ymiskar meiningar um, á hjá teimum, sum búgva í oynni. skurðurin er av, og tað enn einaferð hvat ið krevst fyri at økja um inn­ Taka vit Mykines sum dømi, fer vísir seg, at virksemið ikki gevur tøkurnar av landbúnaðinum á út­ umleið helvtin av seyðinum av oynni, nakað munagott avlop. oyggj. Slíkt sum nýhugsan, økt fakligt til uttanbíggjarfólk. Glóðin hevur spurt nakrar seyða­ innlit, broyting í hugsanarhátti, fram­ bøndur av útoyggj um skurðin í ár, leiðsluhátti o.a. er havt á lofti, men Manglandi og um fíggjarliga avkastið av tí. Tey eitt, sum er afturvendandi, er betri landbúðarnarpolitikkur spurdu eru: Jóhanna Hansen úr atgongd til jørð. Útoyggjafelagið er av tí áskoðan, at Hattar­ vík, Harry Jensen, Skúgvi, Sum eigaraviðurskiftini eru í dag, manglandi landbúnaðarpolitikkurin Esbern í Eyðansstovu í Mykinesi, so eru eindirnar so smáar, at tað er í Føroyum ger, at landbúnaður ikki Eyðun Eliasen á Trøllanesi og Sanna mest sum ógjørligt at reka seyðahald kann roknast sum ein møguligur Silvurstein í Hesti. Hesi siga øll vinnuvegur, heldur ikki fyri fólk við ein munn, at skurðurin í ár Orsøkin, til at seyðahaldið ikki á útoyggj. Hyggja vit at gongdini var góður, men avkastið kundi gevur nakað munagott avlop, er í lógarsmíðinum seinastu árini, so verið betri. hevur hetta á ongan hátt verið til ymisk frá stað til stað Orsøkin, til at seyðahaldið fyrimun fyri útoyggjarnar. Í ikki gevur nakað munagott av­ løgtingslógini um landsjørð, sum lop, er ymisk frá stað til stað. Har vinnuliga. Og skal ein íbúgvi á út­ kom í 2007, bleiv landsjørðin umseti­ seyðurin gongur úti alt árið og ikki oyggj hava hendur á einum jarðarteigi, lig, eins og óðalsjørðin. Búnaðar­stov­ verður fóðraður, eru ikki stórvegis so er fyrsta forðingin, at tað eru so an hevur uppgávuna at umsita lands­ útreiðslur til kraftfóður, men tað eru nógvir smáir teigar, ið hava hvør sín jørðina, og tí er tað Búnaðar­stovan, fáir hagar, ið ikki fóðra. Nøkur, ið eigara. Men verður jørð boðin til sølu, sum tekur endaliga avgerð, tá søla ella hava haga, ið liggur óhøgliga fyri, taka verður prísurin oftast so høgur, at tað leiga av festijørð skal fara fram. seyðin heim í nærumhvørvið, ella taka slætt ikki loysir seg at gera íløguna. Fyri fáum árum var Búnaðarstovan Í dag verða eingi krøv sett til tey, av tí áskoðan, at besta loysn á útoyggj hann inn, tá leypa fóðurútreiðslurnar skjótt upp. Annars er talan um sum eiga jørð í Føroyum, og øll jørð var at leggja smá festi saman, so tað útreiðslur til fjallfólk, heilivág, viðlíka­ er umsetilig, bæði óðals og kongs. vóru 2 til 3 miðalstór festi á hvørjari hald, hegn, seyðahús o.a. Tá alt hetta Fyri útoyggjarnar merkir hetta, at útoyggj. Hetta kundi tryggja nøkrum verður lagt saman og mótroknað tí, jørðin er vorðin attraktiv sum ítrivs- familjum, seyðahald/landbúnað sum Seyðablørur í Dímun

Traktorur í Skúgvi verður umvældur

14

Glóðin • nr. 10 • 2013


vinnuveg. Í dag síggja vit tíverri, at veruleikin gongur øvutan veg. Seinasta dømið um hesa skeivu gongdina er broytingin í lógini um landsjørð, frá 3. juli 2013, um bústaðarskyldu. Nú er henda bústaðar­ skylda, sum kundi verið eitt amboð at tryggjað, at festarin hóast alt búði í bygdini, ikki formliga til longur. Hetta, tí undantøkini eru breiðkað so Rívur í Hattarvík, Mynd: Kristian Petersen

munandi, at alt kann koma undir ”eitt undantak”. Ein festari kann fáa undantak frá bústaðarskylduni, um hann: ”fer av oynni í arbeiðs- ella útbúgvingar­ ørind­um, ella orsakað av øðrum per­ sónligum ávum má av oynni í eitt avmarkað tíðarskeið”. Fyrr var orð­ ingin: ”um hann fer av landinum í eitt avmarkað tíðarskeið”. Saman­um­ Royting á Trøllanesi

tikið, kunnu vit stað­festa, at seyðahald ella landbúnaður ikki kann gerast ein veruligur vinnuvegur á útoyggj, fyrr enn vit fáa ein landbúnaðarpolitikk, ið ger tað møguligt, 1. at fáa lættari atgongd til tilfeingið og 2. at um­støð­ ur­ nar at brúka tað, verða bøttar. Møguleikin fyri at reka ein burðar­ dyggan landbúnað á útoyggj, kemur at stuðla undir fólkavøkstur. Í Skúgvi, Mynd: Kristian Petersen

Í dag verða eingi krøv sett til tey, sum eiga jørð í Føroyum, og øll jørð er umsetilig, bæði óðals og kongs Glóðin • nr. 10 • 2013

15


Góðkend flettingar- og hagreiðingarhús Nú verður ikki leingi, til krøvini til fletting og hagreiðing av seyði og úrdrátti verða herd. Fyri tey, sum hava seyðahald sum ítriv, kemur hetta ikki at ávirka so nógv, tí tey gera bara, sum tey altíð hava gjørt. Men tey, sum vilja hava meira burturúr, og ynskja at reka seyðahald vinnuliga, noyðast at síggja í eyguni, at krøvini koma. Tað eru nógv, sum halda, at hesi krøvini eru sum at skjóta spurvar við kanón. Tað, sum verður handlað her

Hetta eru góðar rávørur, ið kundu komið til høldar, bæði fólki og búskapi at gagni. Vit kunnu bara ímynda okkum, at tað var lættari at fáa góðkenning til at selja góðskaðar landbúnaðarvørur í Føroyum. Tá hevði vørumenning og nýhugsan skjótt komið í kjalar­vørr­ inum, og nýggjar spennandi vørur sæð dagsins ljós. Men skal hetta gerast veruleiki, má politiska skipanin taka sær um reiggj og gera nakað munagott við umstøðurnar, bæði tær praktisku og tær fíggjarligu.

Okkara konsept hevur bygt upp á, at kommuna og bygdarfólk í felag reisa hesar fasilitetir, við hjálp frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni í Føroyum, í føroyskum handlum og matstovum, má kunna byggja á góða ráðgeving og álit. Er talan um vørur til útflutning, er skiljandi, at onnur krøv eru galdandi. At tað eru krøv til reinføri, og at kringumstøðurnar skulu vera noss­ ligar og arbeiðsligar, kunnu flest øll taka undir við, og eru sinnað at halda seg til. Men krøvini, sum talan er um, fevna um nógv meira enn hetta. Heilsufrøðiliga Starvsstovan eigur at umhugsa at skipa eina ráðgeving, ið stuðlar teimum, sum vilja bøta um umstøður og reinføri. Reglurnar um sølu til føroyskar kundar eiga at vera slakari, og eftirlitið kann skipast við stakroyndum. Sølan skal byggja á álit millum framleiðara og kunda. Sum støðan er í dag, verða nógv tons av góðari vøru koyrd á brenn­ istøðina.

16

Útoyggjafelagið hevur í síni dagsskrá at eggja til og stuðla undir, at flettingar- og hagreiðingarhús verða bygd á útoyggj. Okkara konsept hevur bygt upp á, at kommuna og bygdarfólk í felag reisa hesar fasilitetir, við hjálp frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Fyrsta eindin av hesum slag var í Stóru Dímun, og hetta er eitt framúr gott tiltak. Umstøðurnar í Dímun eru serligar, tí tað snýr seg bert um eina familju. Á øðrum oyggjum tykist tað at vera trupult at fáa bygdarfólkið at samstarva um at finna eina felags loysn, men tað tað krevur so diplomati og vilja at finna loysnir. Við støði í royndunum í Stóru Dímun er eingin ivi um, at tað er ein stórur fyrimunur at tryggja sær góðkenning, so vørurnar kunnu koma inn á marknaðir, ið geva besta prísin. Samanlagt ein loysn, sum bøtir um bæði arbeiðsumstøðurnar og búskapin.

Kjallurin í Stóru Dímun

Jógvan Jón Petersen í sláturhølinum í Stóru Dímun

Eva úr Dímun

Glóðin • nr. 10 • 2013 Góðkendur kjallur í Stóru Dímun

Garvaði skinn úr Dímun


Brúsi og Purla

Í rætt á Trøllanesi

Landbúnaðarráðstevna í Ósáskúlanum í Klaksvík, leygardagin 11. januar 2014 Tað er Gamla Seglhúsið, sum fyri­ skipar áhugaverda landbúnaðar­ráð­s­ tevnu í Klaksvík tann 11. januar. Glóðin hevur havt samrøðu við Símin Gulaksen, bónda og fyri­ skipara, og biðið hann greitt frá endamálinum við tiltakinum, og hví hann heldur hetta er neyðugt. Símin Gulaksen sigur við Glóðina, at Føroyar standa á einum vegamóti, tá tað kemur til landbúnað, antin so seta vit kós ímóti einum meira skipaðum og burðardyggum land­ búnaði, ella mugu vit góðtaka, at land­búnaður í Føroyum í framtíðini bara verður eitt ítriv. Símin Gulaksen gundar sínar útsagnir á fleiri viðurskifti. Eitt er, at vit í Føroyum mangla ein greiðan landbúnaðarpolitikk, harnæst verða heilsufrøðiligu krøvini til slátur herd í næstum, samstundis sum vit kunnu rokna við øktum innflutningi av bíligum landbúnaðarvørum úr út­ landi­ num. Til seinast, men ikki minst, eru røddir frammi um at einskilja festijørðina, og alt hetta samanlagt ger, at tað veruliga er tørvur á einum breiðum kjaki um land­ búnaðin nú. Vísir tað seg, at vit megna at fáa ein góðan landbúnaðarpolitikk á

føtur, har málið er at fáa sum mest burtur úr møguleikunum, vit hava, og tað samstundis verður skapt eitt fíggjarligt grundarlag fyri hesum, kann nógv áhugavert koma burtur úr. Vit hava jørðina, vitanina og peningin (í Búnaðargrunninum), sigur Símin við einum smíli, tí hann metir, at ein fyritreyt fyri at gera nakað munagott við føroyskan land­ búnað er, at tað samstundis verður gjørligt at gera íløgur í umlegging og nýhugsan. Men hvat skal gerast, hvat er gjørligt, og hvat er neyðugt, tað er hetta sum ráðstevnan snýr seg um. Málið er at seta allar partar, sum varða av og hava áhuga í føroyskum landbúnaði, saman at kjakast um hesi evni. Ráðstevnan er bygd upp í trimum pørtum. Fyrsti partur eru framløgur frá teimum, sum skipa landbúnaðin í dag. Seinni partur er kunning og kjak um faklig og praktisk viðurskifti, og til seinast, er eitt orðaskiftið millum politikarar um teirra sjónar­ mið. Orðaskiftið er skipað við pall­ borði, har áhoyrararnir fáa høvi at taka lut í kjakinum.

Antin so seta vit kós ímóti einum meira skipaðum og burðardyggum land­búnaði, ella mugu vit góðtaka, at land­búnaður í Føroyum í framtíðini bara verður eitt ítriv

Skráin fyri ráðstevnuna - Jógvan Skorðheim, borgarstjóri í Klaksvík setir ráðstevnuna - Jákup Vestergaard, Landsstýrismaður hevur framløgu um landbúnaðarpolitikk - Bjørn Patursson, stjóri á Búnaðarstovuni, greiðir frá virkseminum hjá Búnaðarstovuni - Sigert Patrusson, formaður í Bóndafelagnum, greiðir frá teirra sjónarmiðum - Niels Petersen, formaður í Óðalsfelagnum, lýsir evnið úr teirra sjónarhorni. Steðgur - E ftir steðgin vera framløgur um hesi evni: - Lógir: (Landsjørð/Hagalóg/Girðingarlóg) - Um seyðahald, hagabit, jarðarbrúk. - Sjúkur hjá seyði, fyribyrging v.m. - Um slátur og reinføri, løggildingar v.m. og Matvørulógin 2015. - Ferðavinna og landbúnaður. Steðgur - Eftir steðgin verða hesar - framløgur: Dímunargarðurin: Eva og Jógvan Jón Petersen Viðareiði: Esmar Sørensen Trøllanes: Eyðun Eliasen Skúvoy: Harry Jensen Steðgur - K jakfundur við pallborði. Pallborðsluttakarar: Jacob Vestergaard, landsstýrismaður Bjørn Kalsø, landsstýrismaður Høgni Hoydal, løgtingsmaður Henrik Old, løgtingsmaður Bjørn Patursson, stjóri á Búnaðarstovuni Sigert Patursson, formaður í Bóndafelagnum Orðstýrari: Beinta Løwe Jacobsen Fundarstjóri: Karl Johansen, sýslumaður. Ráðstevnan verður fíggjað við stuðlum, og luttøkugjaldið er kr. 250,00 fyri hvønn luttakara. Tú kanst kunna teg meira um tiltakið á www.gamlaseglhusid.fo

Glóðin • nr. 10 • 2013

17


Har stóð Dragin purpurlittur Óli á Geilini: Setanarrøðan - hildin á útoyggjastevnuni í Svínoy 2012

Tað er gleðiligt at síggja eina slíka fjøld av fólki her í Svínoyar túni henda miðsummardag í juni. Hetta er ellivtu ferð, at útoyggjastevna verð­ ur hildin, og aðru ferð, hon verður hildin í Svínoy. Tá eg mikukvøldið setti meg við telduna at orða eina røðu til hesa stevnu, fór vesturskinið so fagurliga kínandi um fjallarondina. Hamrar og skørð rodnaðu í glæmuni frá tí setandi sól, ið varliga søkk í havið eftir drúgvu ferð sína um knøttin á ársins longsta degi. Meðan eg soleiðis skoðaði tindarnar í sólsetursglæmu, kom eg mest sum av mær sjálvum at nevna innantanna mong av teimum staðarnøvnum, eg kundi síggja í vestur­ skininum. Har stóð Dragin purpur­littur. Har sá eg Skúvaskarð, Middag og Knúk í skarlakskápu, og eg toygdi meg út móti rútinum og hugdi norður móti Havnartindi. Vesturskinið rakk tó ikki so langt upp, at Havnartindur varð litaður reyður. Kortini stóð hann so tignarligur og skoðaði yvir bygdina, sum fyrireikaði seg til at taka móti gestum úr hinum oyggjunum í okkara vakra landi. Eg hugsaði við mær sjálvum, meðan eg lat eygað reika eftir fjøllunum, at nú var eg heima. Nú sá eg aftur tey kendu støð. Nú komu staðarnøvnini fram av sær sjálvum í huganum, meðan eygað reikaði um bø og haga, og eg kendi ein fjálgan tokka til alt, ið eg sá. Tað var sum vóru hesi fjøll, hesin bøur og hagi ein partur av mær sjálvum, ið ongantíð kundi rívast leysur. Tey hava jú verið við til at mynda meg og gjørt meg til tann, sum eg nú einaferð eri. Nú eg nevni hetta, so rennur mær í huga ein yrking eftir Christiani Matras. Hann vaks jú upp í granna­ bygd okkara, Viðareiði, og hann tekur soleiðis til í einum sangi, vit stundum syngja: Her numu teir gomlu við nøvnum sær land, men

18

Glóðin • nr. 10 • 2013

landið nam teir úr fjøllum í sand. Við ósæddum hondum tað bant teir við bondum, ið rukku so víða sum verøldin rann. Ja, teir gomlu hava givið fjøllunum og lendinum øllum nøvn, men, Sum Christian Matras tekur til, “landið nam teir úr fjøllum í sand.” Og hvussu nam landið so teir? Okkara forfedrar, og vit kunnu kanska siga, okkum við? Jú, tað bant teir við bondum, ið rukku so víða sum verøldin rann. Eg kann so aftur spyrja: “Hvat eru tað so fyri bond, tað her er talan um?” Eg haldi sjálvur, at her er talan um tann alsk, ið vit kenna fyri okkara heimstaðið. Fyri tí staði, har eyga okkara av fyrstu tíð lærdi heimin at kenna. Tað er tann staður, har vit vuksu upp. Har vit lærdu at kenna hvønn stein og hvørja túvu, sum barnaføtur okkara so javnan gingu um og titaðu framvið. Tað er hesin alskur, hesin tokki til heimstaðin, og tey støð, ið vit hava lært at kenna í uppvøkstri okkara, sum Christian Matras talar um í yrking sínari. Hesin alskur er ósjónligt band, ið røkkur víða og ikki slitnar, sjálvt um vit eru stødd á fjarleiðum, ja kanska so langt burturi sum hinumegin jarðarknøttin. Tað eru eisini hesi somu bond, ið draga okkum saman til fundar eina slíka løtu sum hesa. Fyri okkum, sum uppvaksin eru her í Svínoy, er ein fundur á hesum staði sjálvsagt øðrvísi enn hjá tykkum sum koma aðrastaðni frá. Eg vil kortini halda, at tit kenna tykkum aftur í summum av tí, ið eg havi nevnt. Tit eins og vit hava tokka til heimstaðin, og hesin tokki bindur tykkum á ein ella annan hátt til tykkara heimstað. Vit búgva í einum vøkrum landi, og hava tokka til okkara heimland. Vit vilja vitja hvønn annan og vilja síggja onnur støð í okkara vakra landi. Vit sum vaksin eru upp á útoyggj hava kanska eisini eina kenslu av, at vit

Óli á Geilini

"tað er alskurin til heimstaðið" sum útoyggjabúgvar hava so mangt í felag við aðrar útoyggjar. Hóast fjøllini, hagin og bøurin ikki eru líka nakrastaðni, so eru tað viðurskifti, ið líkjast hvørjum øðrum. Hetta gevur okkum kanska eisini eina kenslu av, at vit eru í sama báti. Tí hava vit skipað okkum í eitt útoyggjafelag og halda Útoyggjastevnu fyri ellivtu ferð. Øll eru væl komin Tað skal tó eingin ivi vera um, at øll, ið her eru – um tit so eru av útoyggjum ella aðrastaðni frá - eru hjartaliga vælkomin til Svínoyar. Eg eri sera glaður fyri, at eg av hesum stað havi høvi til at bera tykkum eina kvøðu. Tá eg hugsi um heimbygd mína, so er tað so mangt, sum rennur fram fyri meg. Tað er ov drúgt at bera alt fram ein slíka løtu sum hesa, men eg ynski inniliga, at tit kunnu njóta dagin til fulnar. Henda bygd er tann heimur vit í Svínoy vuksu upp í. Hvar eg gangi, um tað so er í fjøruni, í bønum ella haganum, so er tað stundum fyri mær, sum hoyri eg steinarnar tala. Teir tala um tey farnu ættarliðini, sum traðkað hava tær somu gøtur. Teir tala í minnisbrotum um farna tíð í mínum egna lívi. Eg síggi fyri mær sólskinsdagar á vári, har eg sum smádrongur kátur fór rennandi upp um heyg, tá fuglurin fleyg av reiðri, og eg vil halda, at soleiðis kenna vit

Lossing í Svínoy. (Mynd: Christian Petersen)


"Tað er mín vón, at í framtíðini koma onnur børn at vaksa upp her og koma at traðka tær somu gøtur, sum ættarliðini her í Svínoy undan teimum hava g jørt" øll tað mangan, tá vit koma framvið støðum, har vit áður so manga løtuna plagdu at spæla sum børn og ung. Nú skal eg ansa eftir ikki at fara at reika ov nógv í gomlum minnum, tí so koma tit at standa her og lýða á til sólin er farin í kav, men eg vil bert við hesum royna at siga tykkum hvussu glaður eg eri fyri, at mær untist at vaksa upp í hesari bygd. Tað er mín vón, at í framtíðini koma onnur børn at vaksa upp her og koma at traðka tær somu gøtur, sum ættarliðini her í Svínoy undan teimum hava gjørt. Í dag er stevna í Svínoy, og vit hava roynt at fyrireika okkum til henda dag. Tað er mín vón, at dagurin hilnast væl fyri okkum øll. At vit kunnu njóta samveruna her í Svínoy í friði hvør við annan, og at tað sum verður fyriskipað má eydnast væl. Ein skrá er løgd fyri stevnuna, og eg skal ikki endurgeva alt, ið har stendur. Eg vil kortini loyva mær, áðrenn eg endi hesa røðu, at nevna bátaframsýningina undir Túvubakka. Har standa bátar frá eldri og yngri tíðum og eru vitni um farin ættarlið, ið søkt hava sjógvin. Ómælandi standa teir har, men kortini siga teir eina søgu. Í tigandi tøgn síni siga teir sín part av tí søgu, ið Christian Matras talar um í tí yrking, eg longu havi tikið dømi úr. Í seinasta ørindi tekur hann soleiðis til: Og tíðin hon blásti við gandandi ond á lív, ið varð livað á bø og við strond, ein óskrivað søga, ein orðaleys røða um fólkið her livdi skapaði tjóð. Hesir bátar eiga sín lut í søgu svínoyinga, og øll tit, ið skipað hava so fyri, at henda bátaframsýning er vorðin veruleiki, eiga stóra tøkk uppiborna. Eisini øll tit, sum hava virkað fyri, at henda stevna nú kann verða hildin í Svínoy við so fjølbroyttari skrá, skulu fáa tøkk fyri tað. Vit megna einki einsamøll, men í felag kunnu vit avrika stórverk. Nú er leikpallurin tykkara. Bygdin er í veitsluróma, og eg eri fegin um at kunna bjóða tykkum øllum vælkomnum á stevnu her undir Svínoyar fjøllum. Njótið summarið og samveruna og hugnið tykkum, nú hásummardagur er. Við hesum orðum er útoyggjastevnan 2012 sett. Takk fyri, at tit lýddu á, og góða stevnu øll somul! Dragin. Mynd: Bárður Mikladal Ingi Jacobsen, Ólavur Hátún, Óli á Geilini o.o.

Eyðun og Hanna Jacobsen o.o.

Glóðin • nr. 10 • 2013

19


Bátarnir í Svínoy Lættur og smidligur er hann – hin føroyski báturin! Tað var eitt stórt upplivilsi, at koma oman á støð, henda dagin í juni í fjør. Tá allir bátarnir vóru drignir úr neysti og stóðu so snotiligir á rað niðri á hellu. Onkur hevði á orði, at hetta var sum at lata eina skattakistu upp. Har stóðu teir. Gamlir og brúktir og fullir av søgum og hendingum, bæði góðum og sorgtungum. Í rúma tíð hevur verið tosað um at fáa bátarnar í Svínoy til heiður og æru. Teir hava staðið í neystunum og bíða, til teir nú sleppa at vera høvuðsleikarar í frásøgnini um Svínoyar bygdarsøgu, sæð úr sjónarhorninum hjá bátinum og teimum, sum flotaðu hann í sínari tíð.

Tað skulu eldsálir til at fáa slíkt tiltak á føtur, og peningur eisini, tí íløga skal gerast bæði í umvæling og framsýning. Tað er felagið Bjarnafossur, sum er stigtakari, og ein av eldsálunum er Ólavur Hátún, ið eisini er formaður í felagnum. Hini í nevndini eru: Hanus Olsen, Hoyvík, næstformaður, Malla Djurhuus, Tórshavn, kassa­ meistari, Poul Sivar Olsen, Hvanna­ sund, nevndarlimur, Marius á Geilini, Svínoy, nevndarlimur og Óli á Geilini, Svínoy, skrivari. Felagið hevur sett sær fyri, at ogna sær, seta í stand og varðveita gamlar

svínoyarbátar. Ogna sær, seta í stand og varðveita hóskandi bygning í Svínoy at hýsa bátunum. At virka fyri umstøðum at varðveita gamla kynstrið at smíða bátar, taka lut í øllum starvi til frama fyri føroyskt bátasmið og bátamentan og virka fyri vinnuligum møguleikum í Svínoy. Í Útoyggjafelagnum eru vit sann­ førd um, at hetta er eitt átak, sum umframt tað søguliga virðið, tað hevur, eisini kann gerast ein dyggur stuðul undir einari framtíðar ferða­ vinnu í Svínoy.

Poul Hansen úr Nornastovu, f. 15.3.1854 d. 17.9.1933.

Bátasmiðir í Svínoy Tað vóru fleiri kendir bátasmiðir í Svínoy. Ein av hesum var Poul Hansen úr Nornastovu í Mikladali. Óli Jacobsen skrivar soleiðis í FF-blaðnum nr. 274. 1.august 2002: Poul Hansen, Svínoy, eisini nevndur Poul úr Nornastovu, er helst fimta ættarlið av bátasmiðum, úr Mikladali og Trøllanesi. Fleiri av synunum hjá Poul í Nornast­ ovu gjørdust eisini bátasmiðir. Ein tann kendasti var Poul Johannes, Pollarin nevndur. Hann lærdi Hjalmar Hátún, sum var lærari í Svínoy, bátasmíð, og Hjalmar kom at byggja nógvar bátar.

20

Fleiri av bátunum, sum eru við í bátaverkætlanini í Svínoy, eru bygdir av m.a. Poul Hansen og Poul Johannes Poulsen. Glóðin • nr. 10 • 2013

Útoyggjastevnan 2012


Bátar í Svínoy á Útoyggjastevnuni 2012

"Sambært søguligum keldum kann tann føroyski báturin førast aftur til miðju 17. øld" Mentanarvirði og mentanarlutir eru við til at mynda tjóð okkara í samsvar við fólkið, sum her býr. Av tí at mannahugsan og virki broytast, broytast eisini virðir og lutir. Tí er tað so týdningarmikið, at politiska skipanin sær týdningin av, og átekur sær uppgávuna, at tryggja, at mentan og søga verða so væl útborin og varðveitt, sum til ber, bæði virðir og lutir, so hesi kunnu koma okkum og eftirkomarum okkara til góða. Vit eiga sum samfelag at taka hesa uppgávu í álvara, so komandi ættarlið fær eina so rætta og fullgóða fatan av, hvørjum jørðildi vit koma úr, og geva eina rætta mynd av, hvussu forfedrar okkara livdu og virkaðu. Tað, sum vit eiga og hava varðveitt, eru tey gomlu húsini, amboð, sum føroyingar nýttu til húsarhald, í arbeiði á sjógvi og á landi, í grind og til røkt av lunnindunum. Men eitt av høvuðsamboðunum, sum nýtt hevur verið i øldir, er hin føroyski báturin. Umframt at hava kunnleika til lutirnar, er eisini týdningarmikið at kenna handverkið handan lutirnar, og tryggja, at tað eru fólk, ið kunnu bera henda handborna kunnleikan víðari. Báturin er hóttur Báturin er - sum flest allir aðrir ment­ anar­lutir - hóttur av øðrum nýggjum, sum er komið í staðin. Men báturin er serføroyskur, hann er søguligur við serføroyskum byggisniði, hann er fleiri øldir gamal og er framvegis í gerð og í nýtslu. Føroyski báturin hevur í fleiri hundrað ár ment seg, broytt snið og skap, til hann at enda fekk sín full­

Báturin myndar tjóð okkara

komna og vakra form. Árin og tollurin eru ikki minni fullfíggjað. Úrslitið er ein sjógóður og turrur bátur, ið er tann rætti til okkara vandafulla sjógv og skiftandi veðurlag. Lættur og smidligur er hann, borðini eru tunn, bondini kløn, ikki eitt sprek er ov mikið, men styrkin stór kortini. Báturin skuldi kunna flotast og takast í skundi, eftir løgum. Lend­ ing­ar­viðurskiftini vóru mangan vána­­lig, og mangastaðni skuldi bátur­ in dragast upp fyri steyrrættan klett, tí hevði lættleikin stóran týd­ ning eisini her. Søgan um bátin Sambært søguligum keldum kann tann føroyski báturin førast aftur til miðju 17. øld. Hann kann vera eldri og byggja á fornar hand­verks­trad­­i­ tiónir, men enn eru eingi spor ella leivdir, ið kunnu siga, hvussu gamalt bátasmíð er í Føroyum. Fyrst í 17. øld brúktu føroyingar ein lítlan norskan bát, ein trist, men av tí at 50 bátar av hesum slagnum gingu burtur, og hetta bátaslag varð bannað, verður hildið, at tá fekk tann føroyski báturin sítt vakra og sjógóða skap. Tann føroyski báturin, sum vit kenna hann í dag, er ið hvussu er á leið 400 ára gamalur. Upprunaliga smíðaðu teir bátar úti. Bátasmiðir ferðaðust millum bygdir­nar og oyggjarnar og smíðaðu bát á staðnum. Teir ferðaðust við sínum amboðum í arbeiðskistu. Tá ið vit komu inn í 20. øld, fóru bátasmiðir innandura at smíða bát. Føroyskir bátasmiðir hava ikki brúkt skabelónir, men mátistokk og

tey mát, teir fingu frá teimum, sum undan gingu. Vitanin og kunnleikin til bátasmíð var eitt arvað handverk. Var pápin bátasmiður, lærdi hann sonin, og oftani hevur yrkið gingið í arv, men oftani var yrkið framíhjá. Síðst í 18. øld var tó eitt serligt yrkis­ umhvørvi í Nólsoy, har bátasmíð var vorðið høvuðsyrki, og menn komu hagar at læra handverkið. Somuleiðis var eisini eitt yrkisumhvørvi í Mikladali síðst í 19. øld. Í hesari bygdini vóru fleiri bátasmiðir um somu tíð. Har vóru eisini jarnsmiðir, ið smíðaðu seym og annað. Bátasmiðir í hesum yrkisumhvørvum í Nólsoy og í Mikladali hava skarað framúr, og fyrst í 20. øld sæst, at útbreiðslan av nólsoyar- og mikladalsbátum var um alt landið. Handverksliga traditiónin hevur ein søguligan samanhang fram til 20. øld, tá ið tann gamli róðrarbáturin spakuliga mátti víkja fyri menningini í tí modernaða samfelagnum. Tá noyddust bátasmiðir at laga seg til ídnaðargerðina. Í dag eru tað fáir bátasmiðir eftir, ið duga at smíða tann føroyska bátin. Tí er tað umráðandi, at føroyskt bátasmíð ikki verður søga, men eitt handverk, ið verður hildið í hevd. Hetta kann bara lata seg gera, um tað eru bátasmiðir, ið læra handverkið frá sær, soleiðis at yngra ættarliðið, fær tann handborna kunnleikan og lærir tað siðvenju, ið liggur handan handverkið. Komandi bátasavn og smiðja í Svínoy, verður ein týdningarmikil liður í at tyggja, at føroyski báturin og lokala søgan um bátin, verða varðveitt.

Kelda: Álit um føroyskt bátasmíð, handað Mentamálaráðnum 21. mars 2012. Glóðin • nr. 10 • 2013

21


Hans Meinhard í Eyðansstovu

Mykines, Mynd: Bárður Mikladal

Føldi meg ongantíð einsamallan Hans Meinhard í Eyðansstovu var einsamallur næmingur í Mykinesi tey fyrstu skúlaárini. Í summar fór Hans Meinhard við 9´inda floks prógvi í hondini, á Fiskivinnu­ skúlan í Vestmanna. Glóðin hevur tosa við Hans Meinhard um skúla­ gongdina og hvørjar ætlanir liggja fyri framman. Hans Meinhard í Eyðansstovu er 16 ár, føddur og uppvaksin í Mykinesi. Hann hevur gingið í einum av minstu skúlunum í landinum, og var í fleiri ár einsamallur næmingur. Hans Meinhard fór í 1. flokk á sumri 2004. Hann minnist, hvussu spentur hann var, tá hann leiðandi mammu sína fór í skúla fyrsta dagin. Fyrsta dagin fekk hann bøkurnar og skema, og so var tann dagurin liðugur. Einki løgið at vera einasamllur Hann føldi ongantíð, at tað var løgið, at hann var einsamallur. Mamman var lærari, og tað hugsaði hann heldur ikki nógv um. ”Alt virkaði normalt fyri mær, eg visti ikki um nakað annað, og eg var væl nøgdur”, sigur Hans Meinhard. Næsti lærarin, Hans Meinhard minnist, var Sverri Kass. Tað var spennandi at fáa nýggjan lærara, og hann minnist, hvussu væl ið Sverri dugdi. Teir funnu upp á alt møguligt, og hann lærdi nógv. Onkuntíð var hann í skúla á Strondum, har Sverri hevði verið lærari. Umframt Sverra vóru tveir ella tríggir lærarar afturat, og tað var altíð spennandi at vita, hvør tann nýggi lærarin var, tá hann kom til bygdina. Fyri tað mesta var tað tó mamma, sum undirvísti, og tað var eisini fínt fyri meg. Tá eg fór í 6 flokk, byrjaði samstarvið við Sørvágs skúla. Eg gekk í skúla í

22

Glóðin • nr. 10 • 2013

Mykinesi í 3 vikur og í Sørvági fjórðu hvørja viku. Mamma kom við til Sørvágs, har hon var lærari hjá øðrum børnum. Eg minnist fyrstu tíðina í Sørvágs skúla. Eg var vanur við at vera einsamallur, so í Sørvági skuldi eg venja meg við, at tað vóru nógv børn í flokkinum og nógvur gangur. Tað var ikki lætt at fylgja við og konsentrera meg, men mær dámdi væl. Eg var tó ikki altíð einsamallur í skúlanum í Mykinesi. Av og til komu børn í skúla, tí foreldrini komu í summar­ húsið, og av og til hevði lærarin børnini hjá sær við til Myki­ nesar, og tá gingu tey í skúla har. Í 2007 byrjaði so systir mín í skúlanum. Nógv hava spurt meg, hvar mær dámdi betur at ganga í skúla, í Mykinesi ella í Sørvági. Eg havi altíð svarað, at mær dámdi líka væl í báðum skúlunum, men tað var hvør sítt. Eg haldi, tað fakliga var betri í Mykinesi, har fekk eg meira skúlating og kundi betur hugsavna meg. Serliga vóru tað tey náttúruvísindaligu fakini, mær dámdi væl, og brúkti nógva orku uppá. Tað var stuttligt í Sørvági og hugaligt at vera saman við næmingunum í flokkinum. Tað var ongantíð soleiðis, at eg heldur vildi vera í Sørvági. Mær dámdi framhaldandi væl í Mykinesi, eisini eftir at eg var byrjaður í Sørvági. Vit spurdu Hans Meinard, hvussu hann kendi seg fakliga fyri, tá hann kom til Sørvágs í skúla, og brádliga kundi samanbera seg við kunnleikan hjá øðrum børnum í sama aldri. ”Nei, eg føldi meg ikki verri fyri fakliga. Eg var væl við frá byrjan av, og serliga í náttúruvísindaligu fakunum, ið mær sum sagt dámdi væl”. ”Eg var øgiliga smæðin í fyrstuni, tá eg kom til Sørvágs, og tað ávirkaði

møguliga eitt sindur, eisini fakliga. Eg haldi, at lærararnir vistu ikki, hvat eg dugdi”, sigur Hans Meinhard við einum smíli, ”men tá próvtøkurnar komu, vísti tað seg, at eg ikki lá aftanfyri”. ”Eg havi gingið í 8. og 9. flokki í Sørvági, men hugurin hevur alla tíðina staðið til at koma til Mykinesar, og tí havi eg verið har so nógv, sum til ber”. Í summar tók Hans Meinhard 9. floks prógv og valdi at fara beinleiðis úr 9´inda, á Fiskivinnuskúlan í Vest­ manna. Mær dámar sera væl her á skúlanum, og tað gongur væl, sigur Hans Meinhard væl nøgdur. Tað er mín dreymur at fara at lesa jarðfrøði. Tað hava verið nakrir jarð­ frøðingar í Mykinesi, og teir havi eg ofta tosað við. Tað hevur givið mær áhugan fyri at lesa jarðfrøði. Vit spurdu Hans Meinhard, hvussu hann sær sína støðu í framtíðini, í mun til búseting í Mykinesi. Hann svarar, at hann ógvuliga fegin vildi búð har, men dugir væl at síggja, at tað kemur at vera trupult, tá hann hevur nomið sær útbúgving og skal arbeiða. Var ferðasambandið betri, var tað kanska ein møguleiki. Men sum tað sær út í dag, so ber tað nóg illa til hjá mær at koma til Mykinesar at vitja um vikuskiftini, tí ferða­ sambandið er so vánaligt, sigur hann, og tað er rættiliga keðiligt. Samanlagt sigur Hans Meinhard um sína skúlatíð, at ein lítil skúli nýtist ikki at vera ein vánaligur skúli. Hann heldur, at størsti munurin ímillum ein lítlan og ein stóran skúla er, at tað er størri fokus upp á næmingin í lítla skúlanum, og tað hevur ið hvussu er verið ein fyrimunur fyri seg. "Eg føli meg fakliga væl fyri at fara undir hægri útbúgving, og tað kann eg takka skúlanum í Mykinesi fyri".


Sproti spælir violin

Døgg tekur í móti gestunum

Skúlastovan í Stóru Dímun

Skúlin á útoyggj - samstarv og góð undirvísing Samrøða við Evu úr Dímun og Jógvan Jón Petersen, foreldur at børnum í skúlanum í Stóru Dímun. Í Dímunar Skúla eru tveir næm­ingar. Ein í 4. flokki og ein í 2. flokki. Tá børnini byrjaðu í skúlanum, avgjørdu vit at tey skuldu, umframt at ganga í Dímunar Skúla, eisini gerð­ast partur av skúlaflokki á megin­landinum. Vit tóku støðu til samstarv við Tórshavnar Kommunuskúla.Hetta samstarv merkti í høvuðsheit­ um at børnini skuldu Í Tórshavnar Kommunuskúla einar 6 vikur um árið. Hesar vikur royna vit at býta javnt yvir árið, fyri at undirvísingin hongur so væl saman sum gjørligt og at tey fáa sum mest burturúr. Fýra ymiskir lærarar Seinastu tvey árini hava vit ment samstarvið við Tórshavnar Komm­ unu­skúla soleiðis, at Dímunar Skúli er skipaður sum ein eind undir Kommunuskúlanum. Hetta merkir m.a. at vit hava somu leiðslu og at vit fáa lærarakreftir úr Kommunus­ kúlanum. Í løtuni eru tað fýra ymiskir lærarir, ið skiftast at undirvísa herúti, eina til tvær vikur í senn. Hesa skipan eru vit sum foreldur serstakliga glað fyri. Ein

stórur fyrimunur við hesari skipan er at børnini hjá okkum, fáa undirvísing frá fleiri lærarum. Vit eru sannførd um at hetta styrkir og fjøltáttar undirvísingina. Hesir lærarir eru í stóran mun teir somu, sum tey hava tá tey eru í kommunuskúlanum. Hetta gevur lærarunum góðar møgu­ leikar til at fylgja okkara børnum, -bæði fakliga og sosialt.

eisini skulu hava møguleikar at vitja hendan vegin. Bæði fyri at tey skulu kenna til umstøðurnar herúti og kenna seg eiga lut í Dímunar Skúla. Tá tey vitja hendanvegin eru tað í smærri bólkum, -eitt til tvey í senn. Oftast eina viku hvørja ferðina. Tá tey eru í skúlanum herúti fáa tey samstundis møguleika at uppliva okkara gerðandisdag og umstøðurnar

Okkara børn eru eisini partur av tónleikaverkætlanini “Litir í leiki”, har tey bæði spæla violin. Hetta hevur m.a. við sær at tey fáa fitt av tónleikaundirvísing umvegis netið, frá lærara í Tórshavnar Komm­unu­ skúla. So líðandi vænta vit at undir­ vísing og samskiftið umvegis netið verður ment og styrkt. Haraftrat leggja vit stóran dent á, at flokksfelagirnir hjá børnunum

á eini so lítlari oyggj. Á hendan hátt vóna vit eisini at børnini í Tórshavnar Kommunuskúla kunnu fáa væl burt­ ur­úr samstarvinum. Vit eru sannførd um at, umframt at hetta kann ríka smáu skúlarnir, sanniliga eisini kann verða eitt týðandi ískoyti til størru skúlarnir. Tí meina vit at slíkt samstarv við størru skúlarnir er vegurin fram hjá skúlum á útoyggj.

Systir Hans Meinhard, Ronja, gongur nú í skúla eftir somu skipan sum Hans Meinhard. Foreldrini hava nú eina vón um, at hon sleppur at halda fram at ganga í skúla eftir hesum leisti, eisini í 8. og 9. flokki. Børn eru ov ung at skula fara heimanífrá sum 13 ára gomul, og serliga, tá ferðasambandið ger, at tað bara er samband millum Mykines og meginøkið 3 dagar um vikuna, allan veturin, sigur Katrina.

Glóðin • nr. 10 • 2013

23


Ungdómur á Húsum

Í túninum á Húsum

Tann unga bygdin - Húsar Jóhanna Maria Isaksen hugleiðir um sína heimbygd Húsar. Húsar er ein av teimum fáu bygdunum í útjaðaranum, sum hevur ein lágan miðalaldur. Seinastu hagtølini vísa, at miðalaldurin á Húsum er 32 ár, men hetta var síðst í september mánaði, og síðani tað er eitt sindur hent. Í oktober eru 3 fólk flutt til bygdina, harav eitt barn undir skúlaaldur, og hini (báðar kvinnur) onnur 32 ár og hin 27 ár. Nú tað eru fleiri ung pør, ið eru flutt og ætla sær at flyta til bygdina, vóna vit, at tað fer at vera munandi lættari at fáa grundstykkir, so vit sum vilja vera her, kunnu byggja okkara egna og vera verandi á staðnum. Eini hjún (Gudrun og Jákup) hava fingið byggiloyvi og fara í næstum undir at byggja, so skjótt verða eini nýggj hús í bygdini, umframt hetta eru tað minst tvey onnur pør, sum hava somu ætlanir, so bygdin kann vaksa enn meira og tað er gott. Grund­ar­steinurin undir bygdini, og tað, sum ger, at so nógv ung trívast her, er uttan nakran iva tað góða Júst komnir aftur av fjalli á Húsum

24

Glóðin • nr. 10 • 2013

samanhaldið. Vit gera nógv saman og standa saman, tá tað er nakað, báði tá tað er til álvara og gaman. Vit eru ein lítil kommuna, og eins og í so nógvum øðrum smáum komm­­unum, so eru ikki teir stóru pengarnir at arbeiða við. Tá komm­ unan hevur gjørt tað, sum hon hevur skyldu til, er lítið eftir til at efturlíka øllum ynskjunum hjá borgarunum. Men henda trupulleika hava vit partvíst loyst við at skipa eitt samstarv millum okkum, sum búgva í komm­ ununi, og kommununa. Hetta skapar samanhald og trivnað. Tann seinasta felags uppgávan var at gera spæliplássið í bygdini liðugt. Kommunan keypti tilfar til eitt jarn­ verk rundan um spæliplássið, og bygdafólkið hevur málað, sett tað upp og snøggað rundanum. Nýhugsan og virkisfýsni Køkurin hjá Magna og Hannebeth hevur havt nógv virksemi, síðani hann læt upp. Og nú í vetur gera tey jólaborðhald bæði út av húsinum, og her á Húsum. Vit á Húsum eru eisini við í verkætlanini: Luttøka og íverk­

setan, sum Granskingardepilin stend­ ur fyri. Í samband við tað, hava vit haft ein fund í bygdini um menning av útjaðaranum, og hava fleiri góð hugskot, sum vit fara at arbeiða við. Eitt av tí, sum vit ynskja, er at fáa meira burtur úr ferðavinnuni. Tí fara vit at kanna, hvat manglar her, so vit kunnu fáa fleiri vitjandi. Hvønn tørv tey vitjandi hava, og hvussu vit kunna samskipa hetta við teir møguleikar, vit hava í oynni. Eitt dømi er at byggja smáttur til ferðafólk at búgva í, hetta kundi givið arbeiði til onkran í bygdini, við til dømis at vaska og viðlíkahalda smátturnar. Matstovan hjá Magna hevði fingið meira at gjørt, umframt at onnur tiltøk í oynni fingu fleiri kundar. Fyri mítt viðkomandi er tað næsta á skánni, at eg fari í holt vit at gera og menna matvøru at selja í summar. Rabarbu-saftin skal fínjusterast eitt sindur, umframt tað fari eg at royna at selja rabarbu-siropp nú til jóla. Jóhanna Maria Isaksen, Húsar

Tvey góð systkin á Húsum


Luttøka og íverksetan á bygd Luttøka og íverksetan á bygd, er ein verkætlan, ið Granskinagardepilin fyri Samfelagsmenning fyriskipar, í samstarv við Útoyggjafelagið. Økismenning ella bygdamenning er í stóran mun treyta av teimum fólkum, sum búgva á bygd. Hesi mugu kenna seg eggjað til, ella hava áhuga í, at taka lut, antin sum stuðlar ella íverksetarar. Men bygdafólki má eisini, í nógv størri mun enn nú, hava atgongd til nýggja vitan, skipanarligan kunnleika og hugskotsmenning. Hetta er útgangsstøði fyri verkætlan: Luttøka og íverk­ setan á bygd, sum Granskingardepilin fyri Samfelags­ menning fór undir á sumri 2013, saman við Íslendska tænastu og íverksetara samtakinum Samtøk Sveitarfelaga. Tað sum henda verkætlan skal kasta av sær, er menning og tilflyting til bygdir í útjaðaranu. Hetta skal koma í staðin fyri støðuga fráflytingina, sum vit uppliva í løtuni. Vin ynskja betur javnvág millum kvinnur og menn, betur aldurssamanseting, og betur møguleikar hjá ungum at koma aftur til heimbygdina. Alt saman ein stór avbjóðing. Flyta fakliga og verkliga vitan Sum sagt, so leggur verkætlanini upp til, at flyta fakliga vitan úr akademisku umhvørvunum á meginøkinum út á smábygdirnar í útjaðaranum og øvugt, at flyta vitan, sum tey lokalu sita inni við, um lokalt tilfeingi, siðvenju, mentan og søgu, inn í akademisku umhvørvini, og harvið byggja eitt konstruktivt samstarv upp millum økini. Samanlagt skal umbýtið av vitan og royndum, skapa gróðrarbotn fyri menning av nýggjum hugskotum og íverksetan í útjaðaranum í Føroyum og Íslandi. Seinni kann hetta virksemi gerast partur av øðrum norður­ lendskum netverki. Spákonuhof í Skagastrond

Málsetningurin fyri verkætlanina er: at geva íblástur, upplæra og stuðla íbúgvunum á bygd, at seta í gongd og skipað virksemi, ið kann skapa arbeiðspláss, inntøkur og trivnað. Dentur verður lagdur á evnini: lokal framleiðsla, list, mentan og ferðavinna. Biopol.is

Framhald Glóðin • nr. 10 • 2013

25


Fimm økir eru útvald Tey økir, sum er vald út at luttaka í Føroyum eru: Fugloy, Svínoy, Húsar, Gjógv og Hestur. Umframt umboð fyri hesi nevndu øki, luttaka eisini fakfólk úr Føroyum og Íslandi, feløg, stovnar o.o Verkætlanin endar formliga í desember 2013. Men lokal hugskot og tiltøk, ið koma burtur úr hesum, skulu halda fram. Arbeitt verður við at tryggja, at tað verður fíggjarligt grund­ar­lag til tess. Hvør fíggjar Tað er Nordregio Demografi­ pro­ gramm, (www.nordregio.se), sum er grunnur undir Norðurlandaráðnum, ið fíggjar verkætlanina, saman við Granskingardepilinum og Samtøk Sveitar­innar í Íslandi. Komandi ár, vóna vit at Nordregio, og møguliga NORA o.o. vilja fíggja tey tiltøk, ið eru sprottin úr arbeiðinum í ár.

Hugskot úr Íslandi Sum tað var lagt upp til í verkætlanini, fór ein bólkur av fólki úr Føroyum avstað til Íslands á hugskotsferð tann 26. – 30. august. Ferðalagið taldi 10, og var samansett av umboðum frá Gjógv, Húsum, Fugloy, Svínoy og Hesti. Ferðast var úr bygd í bygd, frá einum góðum hugskoti til tað næsta, til ferðalagið endaði uppi í Sauðárkróki í útnyrðings-Íslandi, har ein evnisdagur var hildin saman við íslendskum luttakarum. Við á ferðini vóru, umframt før­ oysku luttakararnar, eisini íverk­set­ arar og fakfólk úr Íslandi. Ferðin gav luttakarunum gott innlit í, hvussu íslendarar brúka tað sum teir hava í sínum nærumhvørvi, til eitt nú ferðavinnu. Nógv av tí sum var víst fram, vóru tiltøk, sum ikki kravdu stórar íløgur, men bygdu á nýhugsan og vilja til at skapa naka sum gevur inntøku.

Bardúsa í Hvammstanga

Fjølbroytt vitjan Støð, ið vóru vitjað vóru m.a. Landnámsetur í Borgarnesi, Kópa­ setrið í Hvammstanga, Hlaðan kaffi­ húsið í Hvammstanga , Bardúsa – lokalt handverk og savn í Hvamm­ stanga, Hólahvarf lodge, Djásn og dúllerí – lokalt handverk og handil í Skagaströnd, Nes Artists residency, Biopol, Spákonuhof í Skagastrond, savn og upplivingarsetur, Áskaffi, kaffistova í Glaumbær, Tjóðminna­ savnið í Glaumbær, Universitetið á Hólum og Bjórsetur Íslands. Endaliga verkstovan og evnis­ dagurin var hildin í Sauðárkróki

Hagtøl sum tala! Her sært tú nøkur hagtøl, ið eru partur av verkætlanini: Luttøka og íverksetan á bygd, og tær nýtist ikki at granska tølini gjølla fyri at síggja, at her er púra galið. Hagtølini eru brot úr tilfarinum, sum er gjørt í samband við verkætlanina. Samlaða hagtalstilfarið saman við frágreiðing, verður lagt á heimasíðuna hjá Granskingardeplinum og Út­ oyggja­­felagnum í januar 2014. Útoyggjafelagið er av tí greiðu áskoðan, at politiski myndugleikin í Føroyum eigur at fara til verka alt fyri eitt, fyri at stuðla undir, at gongdin verður vend, tí skjótt kann vera ov seint. Men hvør hevur ábyrgdina av at tryggja, at búsetingin í útjaðaranum

26

Glóðin • nr. 10 • 2013

ikki fer fyri bakka? Er tað landið, komm­unurnar ella borgararnir sjálv­ ir? Henda verkætlan: Luttøka og íverksetan tekur útgangsstøði í, at bygdarfólkið vil bygdini tað besta, og er áhugað í at menna sítt lokal øki. Hetta er bara fullkomiliga ógjørligt, tá múrarnir gerast ov høgir og umstøðurnar at liva á hesum plássum so óhøgligar, at fólk ikki orka. Men vónin um at tað koma broytingar livir enn, men so skulu tað eisini takast nøkur tøk, og tey skulu takast í felag.

Útoyggjastevnan í Svínoy 2012

Ronja og Hans Meinhard, (Mynd: Christian Petersen) Marsvín í Stóru Dímun


Ein spegilsmynd av Føroyum Stabbarnir á síðuni vísa tann fólkafrøðiliga veruleikan á bygd, men onkursvegna er hetta eisini ein spegilsmynd av Føroyum. Tað snýr seg um unga ættarliðið Tey ungu fara av oynni, ella av landinum og koma ikki aftur. Men ungdómurin er mobilur, eisini eftir lokna útbúgving, og nøkur vilja venda aftur, um tað eru umstøður til tess. At skapa fyritreytir og møgu­ leikar, ja, tað er hóast alt nakað vit kunnu gera, bert tað er vilji og hugflog til staðar. Fólkatal og miðalaldur Talvurnar tala sítt greiða mál. fólkið eldist og fá ung leggjast afturat. Miðalaldurin veksur og meðan fólka­ talið minkar. Tað er bara á Húsum, at myndin sær heilt øðrvísi út. Miðalaldurin á Húsum er 32 ár, meðan hann er 63 ár í Hesti og við Gjógv. Hestur og Gjógv eru tvær sera ymiskar bygdir, men tær hava báðar stórar trupulleikar við ferða­samb­ andi­num, hetta kann vera orsøkin til at gongin líkist. Húsar brýtur frá flest øllum bygdum í útjaðaranum. Avbjóðingin fyri Húsa kommunu er, at skapa for­ treytir fyri at ungdómurin kann vera búgvandi og/ ella kemur aftur eftir lokna útbúgving. Keldan til øll hagtølini er: Hagstova Føroya

Hugskotini skorta ikki við Gjógv

Myndin omanfyri lýsir fólkatal og aldur í Fugloy, Svínoy, Húsar, Gjógv og Hestur

Glóðin • nr. 10 • 2013 Frá bygdarfundinum við Gjógv

Útoyggjastevnan í Svínoy 2012

27


1000 hugskot Hugskotini skortaðu ikki á bygdarfundunum, í samband við verkætlanina: Luttøka og íverksetan. Fundir hava verið í Svínoy, í Hesti, Á Húsum og við Gjógv. Fundurin í Fugloy hevur verður útsettur tvær ferðir vegna veður, men verður áðrenn jól. Nógv møttu, millum 20 og 30 í hvørjari bygd. Lagt var upp til at koma við hugskotum innan hesi trý øki: 1. Hugskot til felags átøk (sosial átøk sum skapa trivnað í bygdini) 2. Hugskot til vinnuligt virksemi? (hvat kann gerast í bygdini fyri at økja um inntøkumøguleikarnar hjá teimum sum búgva her) 3. Hvat er mest neyðugt at gera, fyri at tryggja bygdini eina framtíð? Tað var mett sum ein sjálvsagdur lutur, at eitt nú ferðasambandið verður dagført og at aðrar grund­leggj­ andi umstøður vera bøttar, tí fevndu fleiri hugskot um hetta. Gulir lepar og reyðir prikkar Tá hvør einstakur hevði skrivað síni hugskot, á ein gula lepan, var hann hongdur upp, ella lagdur á eitt borð. Tá alt var lagt fram, fór hvør luttakari, og setti eitt reytt frámerkið á tað hug­ skotið tey hildu vera tað besta. Tað vóru 9 atkvøður í part. Hug­­lagið var gott á fundunum. Ein góður kaffi­ muður, gott prát, og nógv hugskot. Málið er, at fáa so nógv av hug­ skotunum framd sum til ber, og í øllum førum eitt, skal skipast sum ein verkætlan í 2014. Arbeiðsbólkar vóru settir at fyrireika uppgávurnar.

Svínoy 1. Gera ein góðkendan køk í bygdini,

sum øll kunnu brúka. (Uppskot er um at gera køkin í Eldra-húsinum). 2. Skipa eitt felags ítrivs-verkstað, ella eitt stað, har alt slag av frítíð­ar­ virksemi kann fara fram. Eitt nú fram­ leiðsla av lutum úr ymiskum tilfari. Har eiga at vera amboð og smáar maskinur, umframt umstøður til hugna. Eitt stað fyri bæði bygafólk og vitjandi. 3. Gera eitt søgusavn í bygdini, eitt nú um Svínoyarbjarna og lunnindini, hví hann valdi at búseta seg í Svínoy. Gera standmynd av Svínoyarbjarna

Glóðin • nr. 10 • 2013

Gott prát og kaffi í Hesti

Húsar 1. Byggja hús ella smáttur, nær við bygdina, til ferðafólk, bólkar og ein­ staklingar (2 ella 4 eindir á12 fólk). 2. Fortelja søguna um Húsa bygd og tær søgur og sagnir, ið eru knýttar at hesum. Tilfarið skal savnast í bók, á fløgu og á annan hátt gerast sjónligt, so tað kann brúkast í ferðavinnuni. 3. Umvæla roykstovuna, og ger hetta sum eitt felags átak. Roykstovan kann síðani brúkast til tiltøk í ferða­ vinnuni.

Útoyggjastevnan í Svínoy2012 Nógv hugskot á Húsum

Marius í Svínoy

Hestur 1. Fara undir at gera Fiskahúsið til miðstøð fyri ymisk tiltøk, ið snúgva seg um list, mentan og ferðavinnu. 2. Bjóða økið til fólk at byggja summarhús (kolonihavahús) á. 3. Endurreisa toftirnar úti á Hali, ella á onkran hátt skipa økið, sum eitt ferðavinnumál. Har kunnu sigast søgur og sagnir um oynna. Bygdarfundurin í Hesti

28

Jørmundur skoåar møguleikarnir í Hesti

Gjógv 1. Gera ein bygda handil, ið umframt eitt gott úrval av vørum, eisini skal skal umsita ferðavinnu kunning og átøk. 1. Allir hagarnir samarbeiða, og bjóða túrar v/ferðaleiðara. 2. Fáa eldraíbúðir ella loysn, ið tryggjar at tey eldur kunnu vera í bygd­ini so leingi sum til ber. Við gjógv var gott lív í


Fugloyggin var av fyrstu tíð flotoyggj! Óluva Klettskarð: Røða hildin á Útoyggjastevnuni á Kirkju 2013 Gott kvøld útoyggjabúgvar og gestir allir. Fugloyggin var av fyrstu tíð flot­ oyggj. Menn róðu at henni til at kasta stál á hana og festa hana í botn, men einki batti, tí fult stóð av trøllum fram við bakkanum, og tey loftaðu øllum, ið blakað varð á land, og tveittu tað út aftur á sjógv. So vóru allir prestarnir heintaðir saman fyri at fáa oynna til at standa. Teir vóru fluttir út til henn­ ara og bíndu ikki av henni alla tíðina, meðan róð varð, at hon skuldi ikki fara burtur úr eygsjón. Ein av prestu­ num stóð fremstur í bátinum og kastaði bíbliuna upp á land, meðan allir hinir stardu upp á oynna. Tá hjálpti; teir vóru mentir yvir trøllu­ num og vendu tey um til túgvur. Túgvurnar hava staðið tjúkt eftir bakkanum við Kirkju fyrr, men nú eru tær burturfarnar, sum tað er matað niðanundir av brimi. Fugloyggin ber skillig merki av havsins ótroyttiligu álopum á sjóvar­ klettin, og tey álopini hava broytt útsjóndina ógvuliga nógv. Í dag eru onnur álop á Fugloynna enn havsins aldur. Nútíðarsamfelagið hevur máað næstan alt fólkið burtur av Fugloynni, og tað er stór avbjóðing at steðga og venda hesari gongd. Mong í dag ivast í, um nakað er at gera við hetta. Tvætl, tíðin er farin frá hesum smáplássum, tað er ov dýrt, ongin tímir at búgva har, lat rákið ráa sær sjálvum. Men vit vita, at rák verða skapt, vit vita, rák eru stutt og tey venda -og vit vita, virðir og politiskur vilji fáa snúð rákum. So hví lata standa til? Eg eri fødd á útoyggj. Gamaní Ikki á ytsta útjaðara og á kyrruplássi, men tó, tað sum vit øll hava til felags er, at sjógvur skilir okkum. Sjógvur skilir okkum frá stórplássinum og nøkrum møguleikum, vit kunna bjóða okkum og børnum okkara har, tað veri seg arbeiðsmøguleikar og ítriv av ymsum

slag. Eingin megnar at standa sjálvur, og tað ger útjaðarin heldur ikki. No man is an island, segði John Donne í yrking síni í 1634. No man is an Island, entire of itself, every man is a piece of the continent, a part of the main. If a clod be washed away by the sea, Europe is the less. As well as if a promontory were. As well as if a manor of thy friend's or of thine own were: any man's death diminishes me, because I am involved in mankind, and therefore never send to know for whom the bell tolls; it tolls for thee. (John Donne 1634) Hugsanin í hesi yrking er, at menni­ skja er sosial vera, ið ikki kann vera til uttan felagsskapin. Ongin er nóg mikið sjálvur, og góð tilvera er treytað av øðrum. Samhaldafesti kalla vit tað á nýmótans máli. At geva songarmat hevur verið vanligur siður í Føroyum. Ein kona í Fugloy, sum hevði átt tíggju børn, segði frá, at hon hevði fingið songarmat úr báðum bygdu­ num í Fugloy. Við summum børnum hevði hon fingið songarmat úr fimtan húsum. Fullur songarmatur var eitt lambs­ krov, fýra breyð, eitt pund av smør og ein stampur við mjólkgreyti. - Hálvur songarmatur var eitt hálvt krov, tvey breyð, eitt pund av smøri og ein stampur við mjólkgreyti. - Eitt eyð­ skilt fat ella træílat varð havt til mjólkgreytin. Eg havi sæð eitt slíkt av steintoyi, honk var tvørtur um hetta fat. Í dag hava vit somu skyldu at lata songarmat, hóast hetta eitur nakað annað! Tí her eru vit við kjarnuna og grundarlagi undir hesum samfelag. Ongin hevði borið hetta samfelag uppi uttan samvinnu millum fólk, hús, bygdir og oyggjar. Hitt

samhaldsfasta samfelagið snýr seg so sanniliga eisini um samhaldsfesti oyggjanna í millum í dag. Soleiðis hevir føroyingurin yvirlivað, og soleiðis eiga vit at liva í tí ríka sam­ felag­num, vit nú hava! Útoyggjarnar hava lagt lunnar undir framkomna vinnu- og vitanar­ samfelagið, men prísin hava tær og smáu bygdirnar rindað! Ætla vit framhaldandi, at tey samfelagsvirðir og teir fyrimunir, ið nátúrliga eru í einum oyggjasamfelag, og vilja vit breið­ ari búseting og at gagnýtan náttúrutilfeingi, vilja vit, at hitt siðbundna skal ganga lið um lið við tað modernaða, so kunnu vit ikki bara lata standa til. Okkara brand byggir hvønn einasta dag á siðbundið før­ oyskt mentanarlív og handverk: troyggjan og bindimynstrið, báturin, tónleikurin. Tað reina umhvørvið og vakra landið skapa okkum, eisini sum ein áhugaverdur fiskaseljari. Ment­ anar­parturin í altjóðagjørda heimi­ num er frummegin í tí vinnuvirksemi, sum ger, at útjaðarar megna at vera partar í meldrinum í heiminum í dag. Tað eru ikki altíð tey, stóru, ið vinna í dag. Vinnarar eru tey, ið byggja og skapa úr sínum egna. Tá ferðamaðurin keypir sær eina troyggju ella eitt pinkalítið garvað skinn, kanska av einum seyðbeini, so keypir hann sær ikki eina troyggju, tí kann er kaldur. Hann keypir sær ein part av tí autentiska, sum vit føroyingar eiga. Hann leitar eftir tí upprunaliga. Í staðin fyri at lata hesi virði detta burtur, sum aldargomul tradering hevur alið fram, so eiga vit at síggja møgu­ leikar, mentanarliga eins og vinnuliga. Tað verða ikki asfalt og tunnlar einans, men útoyggjapolitikkur krev­ ur, at øll aðalstýri samvinna í hesum - umsiting og stovnar. Hetta er ikki einans ein kommunalpolitiskur spur­ n­ ingir, men ein landspolitiskur á ovastu rók. Tú røkkur ikki aðal­ málunum við at skipa landið í røkkur ikki aðalmálunum við at skipa landið Glóðin • nr. 10 • 2013

29


í færri kommunur, uttan heildar­ ætlanir. Smáplássini eru ofta kapitalfátøk, men rík bæði sosialt og mentanarliga, og tey eru ymisk. Vit eiga at viðgera hvørja oyggj sær, tí landafrøðiligi munurin er so stórur. Fólkatal, stað­ seting, vinnuvirksemi og jarðar­viður­ skifti eru so ymisk, at til ber ikki bara at tosa um útoyggj sum eitt hugtak, tá stig skulu setast í verk. Søgnin sigur at fimti Hanus í Útistovu í Hattarvík gandaði allar hattvíkingar upp úr kirkjugarðinum á Kirkju. So stórur var riðilin, at tá teir fremstu vóru uppi við Geilagarðin omanfyri húsið í Smiðjuni, vóru teir aftastu á Krossi. Vera má, at hatt­ víkingar vildu hava forfedrarnar nærri hjá sær. Hevði onkur dugað gand, ella hevði eg havt slíka megi, so kundi eg á sama hátt fingið fólk út til Fugloyar og aðrar útoyggjar; men tann tíðin man vera farin, og sterkar kreftir skulu til at fáa útoyggjarnar upp á føtur aftur, men tað er fyrst og fremst politiski viljin, ið má vera til staðar. Eg dugi ikki at síggja brúkiligar loysnir uttan játtandi myndugleikin gongur saman við útoyggjafólki í hesum spurningi - og tað við opnum sinni og heilum huga. Drúgt álit er longu gjørt, ið vísir á rúgvur av møguleikum. So sigl oyggj fram úr mjørka, sum álitið so vøkur lýsir á bjartastu leiðir. Tit útoyggjafólk hava sanniliga dugað at skipað tykkum og hava sett sjóneykuna á viðurskifti tykkara, tað eru hesar frálíku útoyggjastevnurnar gott dømi um. Hundraðvís av fólki koma saman til hugna og samveru hesar dagar. men álvarin er ikki at fara skeivur av! At menna serskipanir er ábyrgd politikaranna! Søgn er, at, fær ormurin høvdið út undan øskudunganum, skal Hattar­

30

vík forganga. Søgnin um Gullheyggj­ ar er um tríggir menn, sum komu úr Noregi til Fugloyar um tað bilið, tá ið Haraldur kongur hin hárfagri legði Noreg undir seg. Gunnar búsettist í Hattarvík. Hann hevði nógv gull við sær og ein ring um armin, sum kundi verja hann fyri trølldómi. Ein ganda­ kelling, Steinvør, sum búði við Kell­ ingará í Hattarvík, vildi so fegin hava fosturdóttrina gifta við Gunnari. Hon hevði allar vælir sínar frammi at fáa hann til at vera góðan við hana, men ikki batti. Tá gáddi hin gamla um ringin, sum hann hevði um armin, og gav seg í lag við Trónd at lokka hann. Hetta miseydnast, og ganda­ kellingin gevir seg í hóslag við lind­ ormin, sum hon sær liggja í bønum, gevir honum at súgva av brósti sínum, so hann skal vaksa. Og tá Gunnar er farin í víking, ber hon lindormin út á gull hansara, har tað lá goymt í jørðini, har sum Gullheyggur er. Tá hon sá skip hansara, skapaði hon seg til ein hval og soraði skip hansara. Hetta var hansara bani, tí ringurin vardi hann bert á landi og ikki á sjógv. Og gandakellingin læt sítt lív har eisini, tí ormurin hevði sogið allan merg úr henni. Lindormurin varðveitti gullið og liggur á tí enn. Høvur hansara liggur undir øskudunganum, niðri á Øsku­ dunga, sum tey rópa tað, tætt undir húsunum í Hattarvík, men halin liggur inni á Tjørn (innantil á hálsi­ num, hálvan fjórðing frá bygdini). Buktin liggur á gullinum undir Gull­ heygnum. Lata vit ormshøvdið undan øsku­ dunganum, so er bara at lata standa til, sum politiski myndugleikin tykist halda. Ætla vit ikki, at ormurin skal fáa høvdið undan øskudunganum og Hattarvík forganga, so skulu vit og tað í tøkum tíma syrgja fyri, at vinnumøguleikar verða á hesi útoyggj eins og á øðrum smáplássum.

Eg eri sjálv vaksin upp við blómandi virksemi á bygd, har postbáturin kom við rávøruni, sum varð arbeidd og síðan flutt av aftur bygdini sum fyrsta floks vøra. Hetta ber væl til. Men fortreytirnar hjá fjarløgdu og truplu samferðsluleiðum skulu gerast møgu­ lig. Rák í heiminum er júst smá­fram­ leiðsla, grøn vinna, økologiskar vørur - alt slíkt, sum kundi blómað, duga vit at bera okkum at. Møguliga er tað gullið á Fugloynni. Eg ivist onga løtu í at Fugloyggin er gull verd, eins og aðrar útoyggjar og onnur smápláss í Føroyum. Einaferð fyrr í tíðini búði løgmaður í Fugloy. Hann æt Jústinus og sat sum bóndi á Kellingargarði í Hattarvík. Hann sigst hava fingið løgmans­ embæti í Føroyum í løn fyri tað, at hann bjargaði einari bátsskipan niðri við lendistøðina í Hattarvík. Jústinus løgmaður átti tveir synir. Hin eldri fekk Kellingargarð eftir pápan; hin yngri giftist til løg­ mansgarðin á Steig í Vágum. Við skilnaðin gav løgmaður yngra soni sínum fýra óðalsmerkur innangarðs uttan fyri Tvættá á Kirkju (í Fugloy) og ein hagapart fyri seg sjálvan ytst í Skarðsvík. Festibrævið skrivaði løg­ maður uppi á Krossi, á fjallinum ímillum Kirkju og Hattarvíkar. Eg droymi dreymin fyri okkum, ið síggja virðini á útoyggj. At løgmað­ ur ella kanska landsstýrismaðurin í mentamálum í dag fór niðan á Kross og skrivaði eitt manifest, at Fugloyggin og Føroyar hoyra saman - at Føroyar aftur verða Føroya oyggjar. Bert er bróðurleyst bak, og No man Is an Island. Útoyggjafelagnum takki eg og ynski blíðan byr í sínum týdningar­ mikla arbeiði. Takk fyri góða stevnu og fugl­ oyingum, øllum útoyggjafólki og før­ oyingum øllum gott samstarv.

Glóðin • nr. 10 • 2013 Útoyggjastevnan á Kirkju 2013

Á Kirkju í Fugloy


At avtofta útoyggjar – er eintáttað hugsa Aftur nú er kjak um, hvat fólk á útoyggj kosta. Nú er kjakið íkomið orsakað av einari grein, sum hevur staðið í Kristeligt Dagblad í Danmark. Í greinina sum búskaparfrøðingurin og lektarin Jørgen Møller hevur skrivað, sigur hann m.a., at tað einasta rætta er at niðurleggja donsku út­ oyggj­arnar, tí tær kosta statinum ov nógvar pengar. Hann vísir m.a. á, at hvør útoyggjabúgvi kostar statinum uml. 100.000 krónur árliga, og tað er ov nógv. Ov fá búgva á útoyggj Hesi tíðindi í danska dagblaðnum vórðu loftað av Kringvarpi Føroya. Tíðindakvinnan las í sama viðfangi upp talið á teimum, sum búgva á útoyggj í dag. Hesi tíðindi, elvdu enn eina ferð til kjak í sosialu miðlunum um tilverurættin hjá útoyggjunum. Men Føroyar eru smáar, bert eitt knappanálshøvd á heimskortinum. Avtofta vit útoyggjarnar, gerast vit enn minni, og tá kann av sonnum sigast, at Føroyar er smáar. Og er tað so heppi sæð úr einum strategiskum/ landafrøðiligum sjónarhorni? Á saman hátt kunnu vit velja at hyggja at útoyggjunum úr einum ment­anar­­ligum sjónarhorni, einum sosio­logisk­um ella einum fíggjar­lig­ um. Og svarini, vit fáa, verða ymisk, alt eftir hvørjar brillur vit bera.

Í Mykinesi, Mynd: Kristian Petersen Útoyggjastevnan á Kalsoy 2011

Fíggjarliga sjónarhornið Tað er ikki fyrstu ferð, at búskapar­ frøðingar mæla til at niðurleggja útoyggjar. Ein boðskapur, sum ein­ stakir føroyskir búskaparfrøðingar eisini bera. Boðskapurin: "vit hava ikki ráð" tykist so einfaldur. Hetta kunnu øll skilja. Men tað einfalda er ikki altíð tað rætta, og hyggja vit at grund­gevingu­ num, so byggja tær einamest á hvørjar útreiðslur landið hevur av útoyggju­ num, inntøkurnar og virðini eru lítið umrødd. Kapitalur er ikki bara pengar Um eitt samfelag hevur rætt at vera til, kann ikki bara avgerast við at hyggja at fíggjartølum. Hetta er í roynd og veru heilt burturvið og eintáttað hugsan. Í samfelagsfrøðini verður tosað um ymisk sløg av kapitali, eitt nú sosialur kapitalur, mentanarligur kapitalur o.a. Hetta er ein viðurkenning av, at allur umsetningur í einum samfelag ikki altíð er í reiðum pengum. Og rætt er, inntøkurnar á útoyggj eru ikki høgar, men tað eru so nógv onnur, ið hava inntøku av, at út­oyggj­ arnar eru búsettar, eitt nú tænastu­ veitarar, flutningsfeløg og ferðavinnan á meginøkinum ikki um at tala. Virðir eiga eisini at roknast uppí Skulu útoyggjarnar gerast upp, so er neyðugt at taka øll virðir við. Tað fyrsta og størsta virðið eru tey, sum búgva her og umsita hesi pláss, og harvið halda stórum landøkjum uppi, og halda tey viðlíka. Næst eftir hetta er møguleikin hjá ferðavinnuni at senda ferðafólkið á útoyggj at fáa "autentiskar" upplivingar, ið er sera høgt í metum. Aftur at øllum hesum, er tað gangnligt fyri arbeiðsmarknaðin, at arbeiðsfólkið kann halda frí og aftur­ mennast, og júst hetta vísir tað seg, at útoyggjarnar og onnur smápláss eru sera væl egnað til. Hetta er eitt virði fyri samfelagið, ið ikki kann gerast upp í pengum.

Frítíðarbygdir ein utopi Tá ein oyggj, ella bygd, er avtoftað, er tað ikki hugsandi, at hon kann vera ”frítíðarbygd”, tí hvør kommuna vil halda tómar bygdir viðlíka? Hvussu nógv vilja fara í summarhús, tá eingin annar er í bygdini? Hvussu við samferðsluni? o.s.fr. Í okkara grannalondum vísir tað seg, at avtoftað øki skjótt forfalla. Eingin er har at ansa eftir, og ung­ dómur ger sær dælt við at brúka slíkar bygdir til veitslur o.l. Tí gongur ikki long tíð, til hesar bygdir eru farnar í sor og gerast spøkilsis-bygdir, ið koma at liggja sum ein skomm. Slík dømi eru nógvastaðni, m.a. henda bygdin í Grønlandi, sum myndirnar vísa dømi um. Økismennandi politikkur Fyri at sleppa undan, alla tíðina at skula inn at verja tilverurættin hjá smá­ bygdunum í Føroyum, eigur land­ið at hava ein greiðan økis­menn­ andi politikk, ið allir flokkar taka undir við. Ynskja vit einar fjøltáttaðar og fjølbygdar Føroyar, er tað harumframt altumráðandi, at bygdir og býir, stovn­­ar og fyritøkur, samstarva tvørt­ ur um bygdar- og býarmørk og á tann hátt tryggja best møguligan trivnað og framgongd fyri øll.

Fólkatóm bygd í Grønlandi Fólkatóm bygd í Grønlandi

Glóðin • nr. 10 • 2013

31


“Oyggjarnar gagna ikki bert teimum, sum hava valt at búgva har, men øllum íbúgvum í landinum”

Gongdin kann brádliga venda

Hóast afturgongd í fólkatalinum og ein høgan miðalaldur hjá íbúgvu­num á smáoyggjum, er tað ikki sjálvsagt, at hesar oyggjar doyggja út. Hetta sigur framtíðargranskarin Jesper Bo Jensen, sum í nógv ár hevur arbeitt við fólkatalsforsøgnum í Danmark.

Svínoy, Mynd: Bárður Mikladal

32

Glóðin • nr. 10 • 2013

Gongdin kann brádliga venda, sigur Jesper Bo Jensen við Berlinske. Hann grundar hetta á, at hóast fólka­sam­ ansetingin er skeiklað í løtuni, og talið á eldri og gomlum er sera høgt, kann tað henda, at ein ella fleiri familjur brádliga velja at búseta seg á einari slíkari oyggj, og so er gongdin vend. Orsøkirnar til, at fólk venda aftur til oyggjarnar, kunnu vera so nógvar. Eitt kann vera, at virðini í sam­ felagnum broytast, og hugurin at liva friðarligt og nærri náttúruni kann gerast eitt rák/trend. Trend ella broyt­ ing í lívsstíli er ikki lætt at spáa um, sigur Jesper Bo Jensen, í kjalar­vørr­i­ num á greinini í Kristeligt Dagblad, um at niðurleggja fleiri danskar smá­ oyggjar. Dorthe Winther er forkvinna í “Samm­enslutningen af Danske Små­ øer”. Hon sigur í sambandi við upp­ skotið um at niðurleggja donsku oyggj­arnar, at hugsanin krónu fyri

krónu, og at seta ein prísseðil á hvønn einstakan borgara, er snævurskygt og beinleiðis skeivt. Hon brúkar júst somu grundgeving sum Útoyggja­ felagið, og tað er, at: “oyggjarnar gagna ikki bert teimum, sum hava valt at búgva har, men øllum íbúgvum í landinum, tí er tað skeivt at brúka íbúgvatalið sum argument fyri ikki at gera íløgur í hesi øki. Øll í einum samfelag kosta, men øll eru eisini við til at gjalda. Dorthe Winther ber fram, at stund­in er komin hjá politikarunum at venda byttuni, og í staðin fyri at halda aftur, fara øvutan veg. Tað er eingin ivi um, at íløgur í undir­ støðukervið og betri tænastur í út­ jaðaranum høvdu gjørt valið at búseta seg har til eitt veruligt val, og tað hevði skjótt lønt seg aftur í øktum avkasti, tí vilji og møguleikar skorta ikki.


Gleði og gaman Útoyggjastevnurnar, bæði í fjør og í ár, hava eydnast sera væl. Nógv fólk vitjaðu og alt var væl fyriskipa. Tað er hópur av fólki, ið skal til verka, tá ein oyggj hevur játta at átaka sær útoyggjastevnuna. Tað er eitt meg­nar tak, ið krevur bæði hegni, sam­ anhald, samstarv og nógvar hendur. Útoyggjastevnurnar vóru av fyrstan tíð, settar á skrá, fyri at styrkja tað sosiala netverkið millum oyggjafólki, tey, sum eru flutt og onnur, við áhuga fyri útoyggjunum.

Hetta mál hava vit nátt, tí millum 1000 og 1500 fólk koma á hvørjum árið til oynna, har stevnan er. Nógv av hesum koma, tí tað gevur teimum høvi at vitja ættfólk, men fleiri hava ikki verið í oynni fyrr, og brúka tí hetta høvið. Børn og ung, eru røsk at koma á Útoyggjastevnu, og tað er eitt gott tekin. Útoyggjastevnan næsta ár verður við Gjógv. Eitt øðrvísi men spennandi tiltak, sum tit fara at frætta meira um seinni.

Glóðin • nr. 10 • 2013

33


Hetta vil Útoyggjafelagið!

Frá aðalfundinum hjá felagnum í Svínoy 2012. Óla Jákup lesur formansrøðuna

Vit skulu venda afturgongd til framgongd, og taka tøk í felag. Vit halda tað vera umráðandi, at útoyggjarnar varð­veita eitt gott samstarv við tey, sum hava tilknýti til útoyggjarnar, soleiðis at øll í felag kun­­nu virka fyri vøkstri og framgongd. Útoyggjafelagið vil birta uppundir og bøta um sambandið við privatar og almennar stovnar til fyrimun fyri útoyggjarnar.

Eyðun Eliasen, umboðsráðslimur, leggur tølini fram, ið siga, hvat tað kostar at dagføra útoyggjarnar. Frá ráðstevnuni "Framtíðin á útoyggj" í 2012

Felagið leggur dent á at veita kunning um og vekja áhugan og vitanina um støðuna hjá út­ oyggju­num. Útoyggjarnar hava bóltin Útoyggjarnar eiga fullan rætt til eins góðar umstøður og onnur pláss og øki í landinum. Men vit viðurkenna samstundis, at drívmegin í arbeiðnum liggur á útoyggjunum. Ein meginregla í okkara arbeiði er at byggja virksemi á sereyð­ kennini og ynskini hjá fólkinum í hvørjari ein­ stakari oyggj, tí hevur umboðsráðið ein týd­ ningar­miklan leiklu. Felagið skal økja um innanhýsis sambandið millum tey, ið búgva á útoyggj, geva íblástur til nýhugsan eins og møguleika at læra av royndum hvør hjá øðrum.

Poul Mikkelsen: útoyggjarnar eiga skipast sum ein landskommuna, og økið við serligum avbjóðingum.

Dennis Holm, kunnaði um kommunusamanlegging og smáar kommunur.

At virka fyri Ídnaðarfremjandi tiltøkum og eftir førimuni hjálpa og vegleiða útoyggjafólk við verkætlanum, sum skapa arbeiði og virksemi á staðnum. Felagið skal ávirka myndugleikarnar til tess at bøta um undirstøðukervið og skapa góðar kar­ mar fyri vinnuligum virksemi. At tryggja, at útoyggjarnar verða tiknar við uppá ráð, tá ið politiskar avgerðir verða tiknar, sum t.d. at leggja almenn arbeiðspláss á útoyggjum.

Bjørn Patursson, Magnus Eliasen o.o. luttóku á ráðstevnuni

Útoyggjafelagnum ynskir gott samstarv við komm­unurnar.

34

Glóðin • nr. 10 • 2013

Nógv fólk møttu og tað var gott kjak um týdningin av politiskari støðutakan


Stutt tíðindi og kunning / MØGULEIKAR Á ÚTOYGGJ Nýggj bók

Viljin - Adventures & Food

Tað er Poulina Eliasen av Syðradali, ið hevur gjørt týdningarmiklu og snotiligu bókin: Brodering til tann føroyska búnan. Bókin kostar 198,- kr. og kann keypast í øllum bókahandlum.

Viljin bjóðar gongutúrar norð á Kall við frásøgufólkið, ein søguligan túr í Mikladali, umframt vitjan í Mikkjals Smiðju á Trøllanesi. Á Húsum standa vit klár at taka ímótið fólki til ein betri bita. Tá ið tað kemur til mat gera vit eisini veitslur, føðingardagar, brúdleyp, Jólaborðhald og annars allar merkisdagar.

Í nýggju bókini hjá Poulina, sært tú dømir um føroyska búnan til kvinnur, menn og børn. Tað serstaka við bókini er tað, at ein greitt sær hvussu pløggini eru broderað.

Magni P Garðalíð, Fart: 222060, viljin@viljin.com, www.viljin.com

Kristianshús í Mykinesi - bjóðar tær ból og bita Vit skipa eisini fyri útferðum við ferðaleiðara, eftir ynski. Tú kanst keypa tær ein matpakka at hava við á útferðum í oynni. Kristianshús, Tel. 312985, Fax. 310985, Fart. 212985 mykines@post.olivant.fo

Seyðaskinn úr Dímun Handilin í Skúgvi Meinhard Hentze rekur handil í Skúgvi. Fara tit til oynna, ber til at ringja til Meinhard frammanunan, og tryggja sær at hann hevur tær vørur, sum tykkum tørvar. Í handlinum hjá Meinhard eru annars allar vanligar gerandisvørur at fáa. Tel. 228830, m-s-h@olivant.fo.

Lekkur íbúð í Svínoy Fyrsta floks íbúð, við øllum hentleikum til leigu - nýtt og nossligt. Eftir avtalu, kann skipast fyri túrum í oynni við ferðaleiðara. Ringið og frætti nærri:

Kundi tú hugsað tær eitt garvað seyðaskinn úr Stóru Dímun, er møguligt at keypa tað hjá: Sirri í Havn, Prýði í Sandavági, Heimavirkjum, Østrøm, ella við at venda sær beinleiðis til: Dímunargarð tlf. 270011/263399, www.storadimun.fo

Ból & biti á Kirkju

Torv í Svínoy

Á Kirkju bjóðar Amalia í Frammistovu ból og bita. Eftir avtalu, kann skipast fyri túrum í oynni við ferðaleiðara.

Eftir umbøn, kann Eyðun Jacobsen, bjóða tær at síggja hvussu tey skóru torv fyrr í tíðini. Aftaná er høvi at fáa ein drekkamunn.

Amalia Í Frammistovu, Kirkja, Tel. 226352

Eyðum Jacobsen, Tel. 451218, Fart. 224981

Jógvan Edmund á Geilini: Tel. 257802, 451276

Economusée Mikkjal Smiðja Í smiðjuni fært kunning og frásøgn um smiðju søguna í Føroyum. Høvi at síggja lutir vera framleiddir í opnum eldi og møguleika at keypa lutir av ymiskum slag, alt er hondgjørt í Mikkjalssmiðju. www.esonomusée.eu mikkjal.smidjan@gmail.com Tel. 457775, 257776

Mykines, Mynd: Bárður Mikladal

Glóðin • nr. 10 • 2013

35


Stutt tíðindi og kunning / MØGULEIKAR Á ÚTOYGGJ Nýggja skipið til Skúvoyar leiðina Komandi heyst, kemur skipið, sum skal røkja skúvoyingar leiðina. Skipið er upprunaliga bygt til ferjusigling í Danmark. Pláss er fyri 36 fólkum. Skrokkurin er av stáli, yvirbygningurin av aluminium. Væntandi kemur skipið í sigling, seint komandi heyst ella tíðliga á sumri í 2015. Ferðaætlanin verður nakað tann sama sum nú, tó fleiri túrar í summarhálvuni. Nú verður hetta møguligt av tí at skipið gongur skjótari enn gl. Sildberin.

Fuglaveiða og bjargarøkt í Skúgvi Verkætlanin við fornminnissavninum í Skúgvi gongur eftir ætlan, og í løtuni verður ymiskt tilfar keypt inn, so arbeiðið kann halda fram. Ætlanin er, at hetta skal vera eitt savn um fuglaveiðu og bjargarøkt sum heild. Um alt gongur væl, so kanska meir enn tað, sum tíðin gongur. Dreymurin er, at hetta skal gerast eitt væla savn, sum eisini kann fáa lutir ymsastaðni úr landinum, fyri eisini at vísa munin á amboðum til fuglaveiðu. Til dømis kann nevnast, at fleygastengurnar úr Norðoyggjum eru slett ikki líka, sum tær í Skúgvi, sigklæði og onnur útgerð er heldur ikki tann sama úr øllum oyggjunum. Tað er Harry Jensen, Bergur Olsen o.o. í standa fyri verkætlanini.

Bergur Olsen, Fuglateljari í Skúgvi


Fjaldar upplivingar Ă­ Hesti


Tað er heildin, sum telur Vilt tú vita, hvussu nógv tú kanst spara?

Bílegg fund á www.banknordik.fo/nordik360

Glóðin nr. 10 - 2013 Útgevari Útoyggjafelagið Geilargøta 6 513 Syðrugøta Tel. 292592 utoyggj@gmail.com www.utoyggj.fo Uppseting og umbróting: Cre8.fo Prent: Føroyaprent Myndir Bárður Mikladal Christian Petersen Olga Biskopstø Felagið Felagið verður fíggja við limagjaldi og stuðli av játtanini til útoyggjamenning, ið innlendismálaráðið umsitur.

Enn fleiri fyrimunir.

Vilt tú vera limur? Útoyggjafelagið er fyri øll, sum hava áhuga í, at útoyggjunum verður lív lagað og í, at umstøðurnar at búgva á útoyggj batna. Øll, sum hava áhuga fyri arbeiðnum hjá Útoyggjafelagnum, kunnu tekna seg sum lim. Tað er onki aldursmark. Ert tú limur í Útoyggjafelagnum, fært tú ”Glóðina” sendandi. Tað kostar 200 kr. um árið at vera limur. Hjún gjalda 300 kr. og feløg 500 kr. um árið. Tann, ið ynskir at gjalda meira fyri at stuðla felagnum, er meira enn vælkomin til tess. Limagjaldið verður goldið við gjaldskorti frá postverkinum. Tú fært samband við felagið við at senda ein teldupost til: utoyggj@gmail.com Felagið hevur konto.nr. 9865 - 102.452.8 í Norðoya Sparikassa


Eiðis Kommuna

Hovs Kommuna

Hvalbiar Kommuna Bíarvegur 2 850 Hvalba hvalba@hvalba.fo hvalba.fo

Kvívíkar Kommuna

Sjóvar Kommuna

Skúvoyar Kommuna

Sunda Kommuna

Víkarvegur 4 340 Kvívík kvivik@kvivik.fo kvivik.fo

Skúlavegur 10 490 Strendur sjk@sjovarkommuna.fo sjovarkommuna.fo

Skúlavegur 6 260 Skúvoy harryj@post.olivant.fo

Oyrabakkavegur 3 400 Oyrabakka sunda@sunda.fo sunda.fo

Nes Kommuna

Skálavíkar Kommuna

Sørvágs Kommuna

Brekkuvegur 37 470 Eiði eidi@eidi.fo eidi.fo

Stapavegur 4 870 Hov hov@hov.fo hov.fo

Fámjins Kommuna

Húsar Kommuna

Traðavegur 15 870 Fámjin kommunan@famjin.fo famjin.fo

Hvannasunds Kommuna

Heimagarður 17 796 Húsar husakomm@post.olivant.fo

Sundsvegur 6 740 Hvannasund hvannasund@hvannasund.fo hvannasund.fo

Toftavegur 3 650 Toftir nes@nes.fo nes.fo

Fugloyar Kommuna

Húsavíkar Kommuna

Kunoyar Kommuna

Porkeris Kommuna

í Túni 3 766 Hattarvík

Skúlavegur 3 230 Húsavík husfrugv@post.olivant.fo

Kunoyargøta 7 780 Kunoy kunoy@kunoy.fo kunoy.fo

við Á 950 Porkeri porkeri@porkeri.fo porkeri.fo

Gerðisvegur 13 220 Skálavík skv@post.olivant.fo

Varðagøta 8 380 Sørvágur sorvag@sorvag.fo sorvag.fo

Skopunar Kommuna

Sumbiar Kommuna

Tormansvegur 12 240 Skopun skopunkom@olivant.fo skopun.fo

í Kerinum 27 970 Sumba sumba@sumba.fo sumba.fo

Vestmanna Kommuna P.o.Box 91 350 Vestmanna vestmanna@vestmanna.fo vestmanna.fo

Viðareiðis Kommuna Eggjarvegur 4 750 Viðareiði info@vidareidi.fo vidareidi.fo

– meira fyri minni


Pensjón

Ert tú KLÁrur? 1. januar 2014 kemur nýggja pensjónslógin í gildi. Hetta merkir at tað er lógarkrav, at allir føroyskir løntakarar gjalda til egna pensjón.

Við Betri pensjón hevur tú fult gjøgnumskygni. Tú sært, hvussu nógv tú sparir saman til pensjón, hvussu nógv fer til tryggingar, og hvussu nógv verður goldið fyri umsiting.

Harafturat kanst tú fáa heilt upp til 32% í avsláttri, um tú samlar tínar tryggingar hjá Tryggingarfelagnum Føroyum og tína pensjón hjá Betri pensjón.

Set teg í samband við ein av okkara ráðgevum á tel 345 700 ella betri@betri.fo, so vit saman kunnu gjøgnumganga tíni tryggingar- og pensjónsviðurskifti.

betri.fo


Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.