Leitingin eftir ÓLAVI HEILAGA

Page 1



LEITINGIN EFTIR

ÓLAVI HEILAGA


LEITINGIN EFTIR ÓLAVI HEILAGA Øystein Morten. Jakten på Olav den hellige © Spartacus Forlag AS, 2013 Føroysk útgáva: © Sprotin, 2015 Regin av Steinum týddi úr norskum Umslag: Cecilie Mohr/CMYKdesign Umbrot: Sonja Kjølbro Prent: Scandinavian Book Ráðharraráð Norðurlanda hevur stuðlað útgávuni.

Øll rættindi eru tilskilað. Endurgávur og avrit úr hesari bók eru bara loyvd sambært sáttmála við forlagið. Ein og hvør nýtsla, sum ikki hevur skrivligt samtykki, er bannað sambært føroyskari upphavsrættarlóg. Stutt brot at nýta í ummælum eru undantikin. Fyrsta útgáva, fyrsta upplag 2015 ISBN: 978-99972-1-154-5 www.sprotin.fo


ØYSTEIN MORTEN

LEITINGIN EFTIR

ÓLAVI HEILAGA Regin av Steinum týddi

www.sprotin.fo



1. partur

Skrínið og likamið í dómkirkjuni í Niðarósa

11



1

NIÐARÓSA. ÓLAVSØKU 1530

Seksti menn fara inn í tað átthyrnta rúmið – oktogonin – heilt inni í eystara enda í dómkirkjuni. Á einum serligum steinstætti stendur halgiskrínið við sankta Ólavi, beint uppi yvir sandfløtuni, har hann upprunaliga skal verða grivin fyri 500 árum síðan. Kistan er í veruleikanum tríggjar kistur, hvør uttan á aðrari: innast tann einfalda trækistan, sum Ólavur fyrst varð lagdur í, harnæst ein onnur trækista, stásiliga prýdd við gulli, silvuri og dýrum steinum. Uttast er so ein kista við skrýddum silvurplátum bæði omaná og runt um á síðunum. Sterkar børustengur verða festar í kistuna. Teir seksti menninir taka undir stengurnar, lyfta hesi meira enn 300 kilo tungu byrðini av stættinum og seta varisliga niður á gólvið. Ein prestur, sum skal veita pílagrímum avlát, fær sær pláss onkustaðni har uppiá. So fer skrúðgongan seinliga gangandi oman gjøgnum hetta langa kirkjuskipið; fyrstur gongur ein munkur við stórum krossi, síðan ein bólkur við fánum. Tað verður sveiggjað við roykilsiskørum, og eitt kór syngur lovsangir Ólavi til heiðurs. Teir seksti ganga í seigligari takt við kistuni á herðunum, aftaná koma prestar og kannikar. Síðstur av øllum kemur so erkibiskupurin Olav Engelbrektsson undir biskupshúgvu og

13


við stavi, klæddur í silki og damask og skrýddur við gulli og dýrum steinum. Uttanfyri verða lyftini um pávans avlát rópt út til teirra, sum ofra. Pílagrímar troka seg fram at skrúðgonguni, nerta við kistuna og stinga myntir í skinnposarnar, sum hanga uttan á kistuni. Hvør leggur annan eftir at troka seg framat, men teir vápnaðu sveinarnir hjá erkibiskupinum fáa skjótt tamarhald á støðuni, og gongan heldur fram. Skarin fer eftir tí opna plássinum og inn í tær smølu plankaløgdu gøturnar, har timburhús við grønum flagtaki standa so tætt so tætt. Tað er ikki meira enn so, at skrúðgongan fær gingið, so trongt er. Kistan verður javnan sett niður, berararnir fáa hvílt seg, og fólk ofra. Sjúk og lamin verða løgd á vegin, áðrenn teir bera Ólavs likam yvir um tey. Mong fáa nýggja megi henda dagin.1 Kistan er landsins heilagasti gripur. Kvøldið kemur. Í tímavís hevur skrúðgongan gingið um í gøtunum, og skinnposarnir eru kjokkfullir av myntum – meira enn 5000 í tali.2 Ólavur Heilagi er aftur komin upp á pláss uppi á stættinum inni í átthyrninginum. Tað er myrkt har inni, bara nakrir kyndlar lýsa so frægt, at kistan sæst. Fólk bíða spent. Tey skulu fáa kongin at sjá. Spakuliga verður tað innasta kistulokið tikið av. Hongslini grenja andskræmiliga. Hin 18 ára gamli diakonurin Jon Simonsson stendur har og hyggur at. Hann fær seg illa til at trúgva tí, sum nú opinberar seg: Í kistuni liggur líkið av longum manni. Hann ber reytt skegg, og bæði kroppur og andlit eru heil. Bara nøsin er farin eitt sindur av lagi og lutvíst burtur. Sárini av Stiklastøðum eru framvegis sjónlig. Jon

14


Simonsson nertur við likamið, við skelvandi hondum trilvar hann eftir heilaga konginum.3 500 ár eru liðin síðan bardagan á Stiklastøðum. Erkibiskupurin Olav Engelbrektsson hevur yvirumsjón við teirri hátíðarligu framsýningini av dýrlinginum. Hann hevur gjølla eyguni eftir øllum, tá ið lokið verður lagt á aftur. Kanska kennir hann bæði lætta og lukku. Enn einaferð hava teir havt eina væleydnaða skrúðgongu við Noregs ævinliga kongi. Hann veit ikki, at hetta verður seinastu ferð.

15


2

Ein várdag í 1531 kom eldur í dómkirkjuna. Morgunin eftir sá Olav Engelbrektsson tær syndarligu brunatoftirnar. Hann gekk runt um ta niðurbrendu kirkjuna við tí niðurhoknaða takinum og fekk eyga á átthyrningin eystanfyri. Hann stóð har enn og var als ikki so illa farin sum kirkjan annars. Kopartakið var ikki bráðnað, hóast allan eldin, og tað var heldur ikki hoknað á sama hátt sum trætakið yvir kirkjuni annars. Engelbrektsson fór inn í oktogonin, og tað lætnaði fyri honum, tá ið hann kom fram at kistuni við Ólavi Heilaga og sá, at hon næsta ongan skaða hevði fingið. Hann sendi boð eftir fólki, og saman bóru teir kongin út úr kirkjuni. Ófriðarligar tíðir og ósemjur millum danakong og erkibiskupin vóru orsøkin til, at Olav Engelbrektsson hevði latið byggja hervirki á Steinvíkarhólmi longri inni á Tróndheimsfirði. Eftir eldin varð kistan við Ólavi flutt hagar, har hon var standandi í niðastu hæddini innan fyri teir tjúkku veggirnar á torninum, sum teir nevndu „Bóndin“. Í 1537 kom trúarskiftið, og tíðliga ein morgun flýggjaði erkibiskupur av Steinvíkarhólmi. Hann sigldi til Niðurlanda. Við sær hevði hann silvursligna øks og nakrar kambar, sum halgimennið møguliga hevur átt. Nakrar dagar seinni tóku kongsins menn hólmin og funnu kistuna við Ólavi í allari sínari dýrd standandi einsamalla niðast í hesum stóra og tjúkka torni. Teir vóru í villareiði, hvat teir skuldu gera við 16


hana; kistan og likam Ólavs vóru kortini tað heilagasta, sum fanst í Noregi. Teir nurtu ikki kongin og lótu kistuna fáa frið. Einaferð fyrst í 1540 varð kistan púrgað fyri alt, sum hevði peningsvirði: 95 kilo av silvuri, 170 stórir og smáir krystallsteinar og eitt sindur av gulli varð sent til Keypmannahavnar at verða brætt. Men sjálvan Ólav lótu teir framvegis liggja, nú tó bara í teirri einføldu heimagjørdu trækistuni, sum hann upprunaliga varð lagdur í; einsamallur í einingi í torninum á manntóma hólminum. Tað mundi standa lutherska stýrinum greitt, at best var at hava hann har óatkomandi og burtur úr dómkirkjuni í Niðarósa, har hann annars framvegis kundi verið tilbiðin. Undir krígnum, ið verður nevnt sjeyárakríggi, millum 1563 og 1570, fóru svenskir hermenn inn í virkið á Steinvíkarhólmi. Ein teirra tók út teir fáu silvurnaglarnar, sum var tað einasta av virði, eftir var í gomlu kistuni. Teir fóru eisini við dýrling­inum. Teir ætlaðu at flyta hann yvir um markið – kanska fyri at eyðmýkja norðmenn so nógv sum gjørligt; tað hevði havt eitt ímyndarligt virði at hava teirra „ævinliga kong“ liggj­andi í Svøríki. Men sviar møttu forðingum á leiðini, og endin var, at Ólavur í skundi varð grivin uttan fyri ta lítlu træ­kirkjuna á garðinum Fløan, bara einar tveir kilometrar innan fyri Steinvíkarhólm. Nakrar vikur seinni varð kistan tikin uppaftur av norskum embætismonnum og førd til Tróndheims. Har múraðu teir eitt nýtt pláss til Ólav inni í dómkirkjuni og gravsettu hann „við dýrd og sóma“.4 Men keldurnar siga tó einki um, hvar í dómkirkjuni hann var lagdur. 17


Mentamaðurin Absalon Pederssøn Beyer úr Bergen vitjaði dómkirkjuna í Niðarósa eitt sindur seinni og fekk tá at síggja, at „likam Ólavs var einki broytt, men bróskið í nøsini og nakað av vørrini var burtur“.5 Tann gamla kistan, sum hann hevði ligið í í 534 ár, var tá farin at fúna burtur. Í 1565 opnaðu teir tí aftur grøvina og smíðaðu eina nýggja kistu til Ólav. Síðan mundu teir leggja hann inn aftur í somu nýmúraðu grøvina ella rúmið. Í 1568 komu fleiri danskir ríkisráðsmenn til kirkjuna í Niðarósa. Ólavur lá tá í eini opnari grøv, og pílagrímar leitaðu aftur til halga likamið av dýrlinginum. Enn bóðu tey um undurgerðir, 31 ár eftir at reformatiónin hevði sett forboð fyri hesum. Hesir høgu harrar tóku tá ta avgerð, at grøvin við halgimenninum ikki longur skuldi vera atkomilig. Við harra Jørgen Lykke á odda tyrvdu teir kistuna, og varð hon liggjandi huld undir einum av gólvunum.6 So mundu fólk so við og við gloyma, hvat varð av likami Ólavs Halga. Líka til siðsøgufrøðingar í 1800-talinum fóru at undrast: Hvat mundi vera vorðið av helst mætastu ímyndini fyri norskum sjálvstýri? Hann, sum hevði kristnað og savnað landið? Ólavur Haraldsson mátti tí helst liggja enn onkustaðni inni í dómkirkjuni? Væl grundaðar hugsanir vórðu settar fram, men higartil hevur eingin funnið farvegin eftir halga kongin. Helst tað besta ástøðið er grundað á ta hugsan, at Ólavur fekk ikki sítt gamla pláss í miðjum oktogoninum, tá ið líkið av honum varð flutt aftur í dómkirkjuna í Niðarósa í 1564, tí tað hevði verið hildið óhóskandi og ikki sømt seg. Tað er sannlíkt, at hann varð lagdur onkustaðni óhøgligari inni í einum av kapellunum aftan fyri oktogonin, sum eftir trúarskiftið stóð har nakað 18


burturfrá einsamallur og ónýttur. Um so var, so var tað her, at teir høvdu tyrvt kongin við mold í 1568, og her undir gólvinum var hann so bara vorðin liggjandi. Einaferð í 1600-talinum vórðu oktogonkapellini gjørd um til gravkømur fyri biskupar og heryvirmenn. Tá ið teir umvældu oktogonin í 1870-talinum, vórðu hesar gravir opnaðar, eftirleivdirnar lagdar í nýggjar kistur og at enda alt sett aftur á sama stað. Vanlig siðvenja í 1600-talinum plagdi kortini at vera at seta eldri kistur ella gravir niðari til tess at fáa pláss fyri nýggjari ovari. So undir hesum kistunum kundi kanska borið til at funnið líkið av Ólavi Heilaga.7 Hetta er kortini bara ein giting sum so mangar. Í veruleikanum kann Ólavur liggja næstan hvar sum helst undir gólvunum inni í stóru dómkirkjuni. Tað man neyvan fara at bera til at bróta alt gólvið upp, bara fyri at royna øll ástøðini. Tað hevur harafturat verið sáddur ivi, um tað líkið, sum varð víst fram í dómkirkjuni í Niðarósa í 1500-talinum, samanumtikið var líkið av Ólavi Haraldssyni. Tað løgna við hesum er, at bein av honum verða eisini søgd at finnast aðrastaðni, bæði í Noregi og uttanlands.

19


Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.