Eg síggi teg betur í myrkri - Forspæl til ein gleðileik

Page 1


hevði hon verið móðurleys og handil og virki heftu pápan burtur, hann læt onkardótturina ráða sær sjálv, ráða sínar átrongdir, sínar dreymar. Men ráðini hövdu nú eisini verið til tað. Bagge findarríkur. Tann tíð tað var. Tveir vetrar hevði hon verið í skúla í Noreg, áðrenn hon giftist og okkurt mundi hon hava lært. Frá fyrsta degi læt hon arbeiðskonur um húsið á Heðinshædd og seinni börnini við. Hon bar hvørki av í viti ella útsjónd, men frú Ása var viljasterk og hevði eina sjáldsama atdráttarkraft og vissuliga var kraftin atvoldin í ymsum, sumt syndarligt ella ið hvussu er ófínt, men annars ikki sambæriligt við ta fyrikoming, sýslumanskonan skjótt var gjørd til sum umtalsevn­ ið alment. Kortini var hon hjartað, hvar ið hon kom út millum fólk í bygdarlagnum, lættlynt og dugdi at siga sögur, grovar um tað galt, og hermdi so fólk sat kalt í látri. Men av natúr var frú Ása samansett, ivafeingin og sveimandi, givin til lúnu og eina fagurdyrkan, sum tíðliga fekk keypsliga vend, hon keypti og keypti: innbúgv, klæði og bøkur (men hevði sjáldan bindindi at lesa tær), enntá klaver keypti hon og var ikki frí fyri errinskap, so opinskárað hon kundi vera um verulagið á landsbygdini. Har lá alt í døkka og døkkin skreið í lúsum og treiskum áliti á armóðina. Frú Ása hataði ótrivna og myrkrið dreiv hana. Dreiv hana av vitinum. Tá flakkaði hon hvíldarleyst sum norðlýsið. Mest í sær sjálvari, men eisini í útlondum. Fleiri mánaðir í senn. Ár um ár. Sjáldan afturkomin fyrr enn móti vetri.

4. Íkoma ella gitnaður (Heðinshædd 1862) Men Benedikt Einarsson. Sum fyrikoming og hamur um andligt tilvit (t.e. innari og munbæra rørslu), tók hann við lívi eina várnátt fyri skjótt sjey og hálvfjerðs árum síðani, tá ið hjúnini á Heðinshædd endiliga, í illum ella góðum, funnust við kroppin á hvørjum öðrum.

48


Tað var eftir eitt dansiball. Hon hevði skipað fyri, frú Ása, til tað ung enn, ónortin av samlívsins kjøtliga álvara. Og óvart kom tað á. Kanska av berari ung-øði fyri hennara viðkomandi ella av víninum ella dansinum alla náttina, men okkurt glapp innan í henni, brádliga, glapp sum ein bloytt mandla úr skali sínum og áðrenn hana vardi stóð hon framyvirboygd við osa av næstan sloknaðum ljósum upp í nasarnar og örmunum niður á baksmekkuna á eini nýkeyptari canapé við reyðum plússsetrið, kjólin og undirskjúrtini í rulki upp eftir lív­ inum, hárið leyst og varrarnar samanlæstar, men eyguni víðopin og teirra svørtu gáttir svølgdu hálvalýsið, sum fløddi úr vindeygunum, endurspeglað í einum gullkrots-rammaðum spegli á stovubróstinum og kenslan av lukku eitt stórt hjól innan í henni, tað hevði øgiliga ferð og gjóstur stóð frá tí; hon kulsaði ber um stumpin og innanum lørini, men hann stóð aftan fyri hana, húsbóndin, eitt sindur sligin í herðunum við doða í hárinum og tí grásprongda skegginum, hvít­ klæddur, buxurnar lavandi um knøini og ikki hevði hann fingið seg úr leðurstivl­unum heldur, tá ið hann kom innaftur slóðandi, nústani fylgt seinastu gestunum avstað út í degnings-sirmið og hann var bleik­ ur við einum yvirbragdi á sær ið partvíst kyknaði av ampa um, hvussu óvitvíst hann var komin at standa soleiðis við afturpartinum á hesi gentuni fyri sær, og hon stóð á tá, og hon skalv, men umframt alt at undirbrøkurnar fóru sundur í skrevinum, ein eld-grov-littur loppur kom undan, hann náddi upp í slakkan millum böllarnar og varrar opnaðust, eitt glóðeyga í loppinum, tað vilti sýslumann upp, hann brimaði av øsing, men lítið hevði hann kanska roynt holdið kortini, uttan við onkrari gleðigentu, onkrum teysum í Keypmannahavn onk­ untíð í ungum og druknum gáloysni, men annars ikki brýggjað seg nógv um girndina og gifti seg, satt at siga, ikki við henni í tonkunum yvirhövur, men einum gruni heldur, einum skilaligum gruni í nerv­ unum um afturkomu gjøgnum hjúnalagið til ein öðrvísi samanhang av reinleika og tað sakloysið, sum alt tolir og alt kann bera og öllum vil trúgva, tá ið deyðin leggur hjartað í andvekur ljósnandi nætur, men hinvegin sumt kravdist nú av einum manni, hann kundi ikki hugsa sum ein óviti, síðst av öllum ein embætismaður, tað gjørdist ikki við,

49


plikt var plikt og hevði sína tíð eins og alt annað inni sum úti, eitt nú hetta barndrápsmálið, ið nýliga var komið upp, tað lá tungt á honum, men sum hann stóð har við aðrari hondini á lend hennara, alt ov mik­ ið varur við sín nakna undirpart, sítt óflættiliga kjøt, hugsaði hann við sær, at onkran ugga mátti hann kunna taka sær, eingin tjóvur í hesi kaldbleiku várnátt, men skilti alt tað sama ikki, hvussu hon hevði lokkað hann frá sansunum, eitt barn sjálv við einglabrá í eygunum og tvískildum brosi um munnin og bert við at taka ein lokk frá enninum, ein lokk av sínum tjúkka reyða hári, og húðin so undarliga frøknut undir dúninum upp eftir handlegginum, og hvaðna minni skilti hann seg sjálvan, at hann skuldi missa seg burtur, missa seg inn í hennara trongu veran av bloyttum kyni og gásarholdið, men hann var fjøtraður, og tað visti hann alt ov væl, at har byrjaði helvitið, sum hann stoytti sín algoysta lim inn í hana og sansaði regndropaglymin grovka á takinum. Grovka.

5. Við eini revabyrsu (Heðinshædd 1891) Men hjartað vil drýggja sínar blómur, segði sýslumaður. Drýggja sínar blómur. Soleiðis livdi hann. Sum hann drýggjaði sínar blómur millum dag­ bókarblöð. Einar sýslumaður. Men hann er langt síðani horvin niður í moldina eins og regnið, sum himmalin díkti oman yvir tekjuna á Heðinshædd, yvir túnini og grendirnar íkring várnáttina fyri trý og hálvfjerðs árum síðani, tá ið ein eld-grovlittur loppur, sum sagt, opnaðist og vilti sýslumann frá pliktini, frá skilinum og í staðin spenti hann fyri eina hvíldarleysa sorg og helst av tí slagnum, ið svik er atvoldin til hjá summum, hóast ilt kann vera at ætla, hvørt tað er veruligt ella ikki, svikið. 50


Í dagbókum, sum sýslumaður íðuliga skrivaði við smágjørdari handskrift og minti um gráðar á speglandi tjörnuflata, vóru ið hvussu er ymsar hugleiðingar um svik-elvda sorg, javnan við støði í ritum eftir Kierkegaard, men inn í hugleiðingarnar skjeyt hövundurin viðhvørt eygleiðingar í náttúruni, gjørdar meðan hann ferðaðist á hestbaki í tingferðum og embætisørindum. Eitt nú tók hann til sóldöggina, tað sjáldsædda blomstrið, tá ið hann lýsti glóðeygað, sum opnaðist í lopp­ inum á frú Ásu, hvussu sóldöggin livir av smádýrum, reyðu leyvbløð hennara avtakin við longum kirtilhárum við slímdropa á endanum og smádýr setast á tey lippureyðu blöðini, festast í slíminum og sum dýrini rykkja og skrykkja leggjast nærstödd hár yvir tey, og slímið loysir teirra jarðligu veran upp. Soleiðis, skrivaði sýslumaður, vórðu hansara góðu tankar og kreftir til uppbyggingar av einum nýggjum, sjálvráðandi Íslandi lokkaðir í glatan eins og smádýr, ið gøgast upp á sóldöggina. Men le poète, hesin Benedikt sum ampast fyri tænaranum tveitandi um seg við tilsvörum úr Gúntinum hjá Ibsen og eisini, sum sagt, týddi hann tann tíð tað var og ognaði táverandi konu síni, Sólveig, hesin Benedikt, íspegilin, sum samferðafólkið á triðja klassa annan vegin hevur stuttleika av í fábroytileikanum umborð, men hinvegin stikni til eisini í sínum spenta tilstandi millum vón og mishop hetta fríggja­ kvøldið seint í augustmánað í hesum Drottins ári 1939, hesin Bene­ dikt elsti sonur Einar á Heðinshædd tað er hann, sum ein regntungan seinnapart móti vetri í 1891 og frú Ása ikki afturkomin úr útlond­ um enn, stumblaði inn í stovuna á Heðinshædd og fann dagbøkurnar rankaðar upp á gólvinum millum føturnar á sýslumanni. Annar fót­ urin skóleysur, hin í ríðistivlanum enn. Runutum. Men Einar sjálv­ ur á kanepeini, samansokkin og hvítklæddur, við høvdinum lavandi afturav í døkkan undan vindeyganum. Niður á rankan hvíldi brókin á revabyrsuni, ovari partur av skaftinum lá upp eftir arminum á öxlina. Múlin raðaði upp í loft, sum hevði sýslumaður havt í kvittanum at lamskjóta ta fimm-armaðu lampuna, ið sveiv uppi yvir honum, men hon hekk óskalað eftir, snarandi nú nökur strik til høgru, nú til vinstru í gjóstrinum, tá stovuhurðin small aftur á bak.

51



Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.