Góðu oyndfirðingar

Page 1

Góðu oyndfirðingar

Oyndarfjarðar Ítróttarfelag fegnast um at kunna boða bygdafólki okkara frá, at felagið nú ikki einans er eitt ítróttarfelag, men meira eitt bygdafelag, ið vil virka fyri trivnaði í bygdini. Eisini hevur Oyndarfjarðar Ítróttarfelag fingið egna heimasíðu, ið kann finnast á http://www.oyif.fo Á heimasíðuni verður kunnað um tiltøk, har verða myndir frá tiltøkum og eisini verður kjak. Ætlanin er eisini at hava bygdatíðindi á heimasíðuni. Vit hava lagt okkum eftir, at skipa fyri tiltøkum fyri allar oyndfirðingar, bæði ung og gomul, kvinnur og menn osv. Fyrsta tiltakið verður tunnusláttur føstulávints mánadag 7. Mars 2011. Tá er ætlanin at hava tunnusláttur fyri børn undir skúla aldur og fyri børn í Oyndarfjarðar skúla. Fyri skúlanæmingar á Strondum/Runavík og vaksin verður pottasláðing. Nærri kunning um hetta verður á heimasíðuni og í handlinum hjá Eivind. Men øllum kunnugt, so er onki ókeypis í dag, heldur ikki at skipa fyri tiltøkum í Oyndarfirði. Nevndin í OYÍF hevur tí gjørt av, at krevja inn limagjald. Men eisini her fáa limirnir nakað fyri pengarnar. Sum dømi kann nevnast, at tiltøk verða bíligari fyri limir enn fyri fólk, ið ikki eru limir. Eisini fær hvør limur eitt limakort, ið vísur at hann er limur og tískil fær fyrimunir. Hervið verður eisini boða til aðalfundar hjá Oyndarfjarðar Ítróttarfelag í skúlanum

leygardagin 26. feb. kl. 17:00 skrá sambart lógum felagsins. Møtið Fjølment

Oyndarfjarðar Ítróttarfelag Nevndin


Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.