Vísindavøkublaðið 2012

Page 1

Vísindavøkublaðið á tremur við tíðindum frá føroyskari gransking og við brellbitum til Vísindavøkuna 2012

Lesið m.a. : Vinkonur kanna sáðgóðskuna hjá føroyskum monnum

Føroyar 5.2 – Hvussu ljóða Føroyar? Vísindaligar dátur sum tónlist

Á síðu 23

Superfóður frá Havsbrún

kannað til botns

Á síðu 20

Føroysk fyritøka partur av 120 ES-milliónum Á síðu 7 Systkin sum granska Á síðu 12 og 13 Hvat fáast granskingarstovnarnir í Føroyum við? Vangamyndir ymsastaðni í blaðnum Mynd: Jóanes Árting

Orð: Uni Leitisstein Hansen Tað loypur í eyguni og skurrar í oyrunum, at vísindaligar dátur og skapandi tónlist verða samantvinnað í einum og sama setningi. Hvussu er og ikki, so er tað júst tað, Jens L. Thomsen og Uni Árting úr nýskapandi tónleikabólkinum ORKA ítøkiliga hava gjørt. Teir hava útsett seismiskar upptøkur úr føroysku undirgrundini til tónleik.

„Tað, vit hava gjørt, er ikki vísinda­ ­ ligt. Vit brúka bara vísinda­ liga útgerð og dátur til nakað annað, enn tær eru ætlað­ar. Men tilgongdin minnir eitt sind­ ur um vísindaligt arbeiði, tí vit gera nakr­ ar royndir, ið vit so eftirkanna úrslitið av,“ sigur Uni Árting, sum umframt at spæla alskyns slagverk í ORKA eisini er jarð­ frøðingur. Síðstu vikurnar hava Jens L. Thomsen og Uni Árting gingið niðan á fjøll kring

alt landið og sligið við sleggju, blakað við gróti og borað í klettar fyri at vita, um hetta varð skrásett av teimum geofoum og seismografunum, ið allatíðina máta ristinga­rnar í føroysku undirgrundini. Við øðrum orðum: ORKA-limirnir hava brúkt Føroyar sum eitt ljóðføri. Úrslitið er verkið „Føroyar 5.2 – Hvussu ljóða Føroyar?“, sum verður frumframsýnt á Vísindavøkuni í Öström 28. september.

Vinn eina HTC Sensation Vit vilja fegin frætta, hvat tú heldur um Vísindavøkuna. Svara nøkrum spurn­ingum á gransking.fo og ver við í luta­kastinum um eina HTC Sensation frá Vodafone.

www.gransking.fo Fyriskipari og ábyrgd: Granskingarráðið  ·  Fíggjarligur stuðul: FP7  ·  Sniðgeving og umbróting: Føroyaprent  ·  Prent: Prentmiðstøðin


síða

2

Annika Sølvará, stjóri fyri Granskingarráðið

Kom á Vísindavøku! Hví er grasið grønt og hví er luftin blá? Børn spyrja meira enn sjey vís kunnu svara, sigst, men tað ber nú til at svara rættiliga nógv­­um spurn­ingum. Vit geva okk­um ikki altíð far um tað í ger­­ andis­ degnum, men vit eru um­­gird av og brúka dag­liga vit­an frá gransk­ing og vildu ikki verið hana fyri uttan. Eitt av endamálunum við Vísinda­ vøk­uni er at vísa, hvussu nógv fólk í Føroyum eru við í gransking. Vit fara at bjóða øllum at hitta fólk, sum hava gransking sum starv. Men vit vilja eisini varpa

ljós á, hvussu nógv onnur fólk, almenningurin, luttaka í gransk­ ing. Á Deildini fyri Arbeiðs- og Al­ manna­­­heilsu hava heilir ár­gang­­ir av fólki verið við til ymsar kann­­­ing­ ar. Sjómenn savnað inn tilfar og vitan til Havstovuna. Alar­ar kring landið lata javnt og samt tøl og tilfar inn til Fiskaaling og Heilsu­ f­røðiligu Starvs­stov­una. Søvn Landsins eiga upp í fleiri bygn­ ­ ingar av skjølum, bókum, lutum og til­ fari, sum fólk hava latið, ella sum gransk­arar hava savnað inn úr náttúruni. Á Føroya­ máls­ ­ deildini eru søvn við orðum, stað­ ar­­nøvnum, bandupptøkum, ið fólk hava latið stovninum at varð­veita og kanna. Og hetta er bara fyri at nevna okkurt úr rúgvuni.

Tað er rættiliga vist, at onkur í tykkara húsi ella nærmastu familju hevur verið við í minst eini gransk­ ingar­ verkætlan, kanska fleiri. Granskarar í Føroyum siga, at fólk eru sera áhugað og vísa stóra vælvild at luttaka í gransk­ ing á ymsan hátt. At fólk kunnu og vilja vera við í gransking, er ómetaliga týdningarmikið. Tað gevur okkum møguleika at spyrja, kanna, fáa svar og út frá tí skipa sam­felagið betur. Summi svar leiða til nýggjar spurningar, men vit koma altíð eitt stig longri á leiðini. Á Vísindavøkuni lata vit gransk­­­ ing­a­r­hurðarnar upp fyri almenn­ inginum. Vit bjóða øllum á ferð inn í verðina hjá gransk­arunum, sum hvønn dag arbeiða við spurn­ ingum m.a. úr tínum ger­ andis­ degi. Her verður eitt gylt høvi at

hitta gran­skar­arnar og fáa innlit í, hvat hendir á skriv­ stov­ unum, starvsstovunum og úti í stóru rann­sóknarstovuni í náttúruni. Kunnu vit ala annað enn laks? Hvussu eru Føroyar blivnar til tað, tær eru í dag? Hví virkar penisilin ikki altíð? Hevur sáð­ góðskan ávirkan á barnatalið í Før­ oyum? Kunnu vit síggja, um olja er í undirgrundini? Hetta eru spurningar, sum føroyskir gransk­ arar fáast við. Teir kanna nógvar aðrar spurningar og gera eisini annað enn at granska. Alt hetta kunnu teir sjálvir fortelja tykkum nógv meira um. Á skránni eru 23 stuttar fram­ løgur, har granskararnir fara at for­ telja um teir spurningarnar, sum teir fáast við. Fram­sýn­ingar vera, har gransk­ing­ar­stovn­arnir

fara at vísa ymiskt av tí, teirra starvs­­fólk arbeiða við. Fleiri útferðir eru eisini á skránni. Um kvøldið verður kvøldseta við øðr­vísi og festligum inn­sløg­ um, har vit á ymsan hátt fara at varpa ljós á gransking og miðling. Endabresturin verður ein fram­ førsla, sum ikki hevur sæð sín líka í Før­oyum. Hon kallast Føroya 5.2 – Hvussu ljóða Føroyar? Hon er eitt samanspæl millum jarð­ vísindi, akustikk og kreativu tón­ listina hjá bólkinum ORKA. Vísindavøkan er fyri øll, høg og lág, stór og smá. So – set kross í kalendaran bein­an­vegin. Vit gleða okkum at hitta teg á Vísindavøkuni 2012.

Stúgvandi fult á Vísindavøku 2011 Vísindavøkan eydnaðist sera væl í fjør. Tað var tann størsta og mest vitj­aða Vísinda­vøkan nakran­tíð við yvir 500 vitjandi í øllum aldurs­­bólk­um. Til­takið, sum var í Norður­landa­hús­inum, vardi í tríggjar dag­ar, har hvør dagur hevði sítt evni og mál­bólk. Orð: Annika Sølvará Vísindavøkan fór av bakkastokki miku­kvøld við einum kveikjandi fyrilestri við Jørn H. Hurum forn­ veru­ frøðingi, ið er kend­ ur fyri at duga sera væl at miðla sína gransk­ing og dátur út til almenn­ ing­ in. Jørn H. Hurum vísti á týdningin á almennari mið­ ling, ikki minst tí at tað í flestu førum er skatta­borgarans pengar, ið eru við til at fíggja gransking. Hann vísti eisini á tørvin á at brúka eitt einfalt og greitt mál alment, sum er heilt øðrvísi enn tað fakmálið, sum gransk­ arar tosa síná­ millum. Avgerandi fyri eitt gott og gevandi samstarv millum miðl­ ar og vísindafólk er virðing fyri fak­in­um hjá hvørjum øðrum og greið støða yvir, hvar markið er. Granskarar skulu duga nógv betri at spíska bestu søgurnar og síð­ ani tora at lata søgurnar í hend­ urnar á journa­listum, tá teir hava gjørt sítt. Hóskvøldið var tað gransk­ing­ ar­poli­tikk­urin Vitan & Vøkstur, sum var á skránni. Umframt at kveikja áhugan fyri gransk­ing, varpaði Vísindavøkan 2011 eisini ljós á karmarnar fyri

gransking í Føroyum, og á okkara dugna­ligu granskarar og gransk­ ingar­stovnar. Hetta varð gjørt allan fríggja­dagin við framsýningum og tíggju ymiskum framløgum um aktu­ella gransk­ing innan ymisk øki frá aling og eldgosum til stoff­ skiftis­sjúkur og bók­ment­ir. Fram­ løgu­ hald­ arnir vístu eisini á, at gransking í Føroyum kann verða slóð­­brót­­andi og fær stórt upp­­ merk­semi frá útlondum. Á fram­­ sýn­­­ing­arbásunum vístu og lýstu granskingarstovnarnir, hvat tey granska og arbeiða við í ger­andis­­ deg­num. Hendan dagin vóru tað yvir 400 fólk, serliga skúla­næm­­ ingar, ið leitaðu sær nið­an í Norð­ ur­landa­húsið at hoyra og síggja tað, gransk­ingar­um­hvørvið hevur at bjóða. Endabresturin fríggjakvøldið var eitt heldur øðrvísi tiltak, har matur og mat­fram­leiðsla úr ein­ um granskingar- og menn­ingar­ sjónarhorni var á skránni. Vísindavøkan 2011 endaði við einari hugnaligari royndar­ smakk­ing av góðum mati og øli við tónleiki frá Gunnar Nolsøe afturvið.

Vis ti tú, at ?! ir undir 31.855 toskar eru merkt 97 19 i an Føroyum síð

Tað eru 8 sløg av sóljum í Føroyum

Tvístertur kunnu flúgva, tað men at tær sjáldan gera

kurin, sum Elsti merkti fis aftur, var er komin afturí ur undir kt ein toskur, mer og fiskaður Føroyum í 1952 ndi í 1966 aftur undir Ísla

Fyrsta fólkaatkvøðan í Føroyum um grundlógina var í 1920


Vísindavøka partur av stórum evropiskum tiltaki Vísindavøka er føroyski part­urin av tiltakinum European Researchers’ Night. Hetta er eitt til­ tak, sum verður fyriskipað á hvørj­um ári, og er 4. fríggjakvøld í september og í døg­unum framm­an­undan. Tiltakið verður hildið í býum kring alt Evropa. Fyrsta Re­searchers’ Night varð hildin í 2005, fyrsta Vísinda­vøkan var í 2008. Orð: Annika Sølvará Tiltakið Researchers’ Night skapar karmar, har almenningur og gransk­ arar kunnu hitast í einum kveikj­ andi og hugnaligum um­ hvørvi. Endamálið er at økja um áhug­an fyri gransking og fyri gransk­ingar­ úrslitum í sam­felag­num.

Sjónliggera gransking Ein av høvuðsboðskapunum í Researchers’ Night er, at gransk­ arar eru „vanlig fólk við ein­um ser­ligum arbeiði“. Tankin er at vísa, at granskarar eins og onnur eru ein fjøl­­­broytt­ur skari av fólki, sum umframt sítt áhuga­­ verda

starv hava nógv ymisk áhuga­­­mál og evni. Á Researchers’ Night og Vís­inda­­­vøkuni er høvi hjá gransk­arum at lýsa og vísa sína gransk­ing fyri almenn­ing­inum. Tiltøkini kring Evropa eru sera ymisk, hóast sumt sjálvsagt gong­ur aftur. Tey sum fyriskipa, gera sjálvi av, júst hvussu tiltøkini skulu vera í teirra landi ella býi. Nógva staðni hava gransk­ing­­ ar­­­stovn­arnir opið hús á Re­searc­ hers’ Night, so almenn­ ing­ urin slepp­ur at síggja ar­beiðs­amboðini og hvussu gransk­ arar arbeiða. Víst verður runt á rann­ sókn­ ar­ stov­um og søvnum og møgu­leiki er at sleppa at síggja, hvussu

síða

3

Tíðindi um gransking Vit senda talgilt tíðindabræv út uml. 2. hvørja viku.

eitt nú ymisk tól virka og síggja ymsar royndir. Eisini eru ymisk tiltøk á almennum støðum, har granskarar vísa og greiða frá sínum gransk­ing­ar­úrslitum.

Føroysk gransking í størri høpi Vísindavøkan er føroyski parturin av Researchers’ Night. Dentur verð­­ur serliga lagdur á tað, sum fer fram innan føroyska gransk­ ing­ar­­heimin, men víst verður eisini, hvussu vit eru ein partur av evropiska gransking­ar­sam­starv­ inum.

Tekna teg sum haldara á gransking.fo

Granskingarnevndin

Granskingarráðið er ein av sentralu aktørunum í gransk­ ingar­umhvørvinum í Føroyum. Her arbeiða eingir gransk­ arar, men uppgávurnar hjá stovninum hava allar okkurt við gransking at gera. Granskingarráðið er javnan í sam­bandi við bæði granskingarstovnar, stovnsleiðarar og gransk­arar, bæði tá tað kemur til stuðul til gransking, til gransk­ing­ar­ politikk og til kunning um gransking. Orð: Annika Sølvará Granskingargrunnurin er formliga heitið fyri almenna, sjálv­støð­uga stovnin, sum hevur til enda­máls at stuðla gransk­ing. Gransk­ingar­ grunn­urin sum stovn­ur fevnir um sjálvan grunn­in, sum fær játtan av fíggjar­lógini at lata til gransking, um Gransk­ingar­nevndina, sum m.a. tekur støðu til, hvat skal stuð­

last, og um skriv­ stovuna, sum hevur dag­ liga ábyrgd av grunn­ inum og øllum virk­semi stovn­sins. Undir einum verða hesi kallað Gransk­ingar­ráðið. Granskingarráðið hevur sam­ bært lóg tvey formliga ásett arbeiðsøki. Tað er at ráð­ geva landsstýri og vinnu í gransk­ingar­ politiskum spurn­ ingum og at umsita Gransk­ingar­grunnin, sum

veitir fígging til gransking. Upp­ gávur­nar í sam­bandi við grunnin eru at kunna um møguleikar og veita ráðgeving um stuðul, at við­ gera umsóknir og síðani at hava eftirlit við stuðlaðu verk­ ætlan­unum. Ráðgevingin er bæði bein­leiðis og óbeinleiðis, eitt nú um­vegis ymiskt útgreiningar- og nevnd­­ ararbeiði, fundir og hoyr­ ingar. Hendan partin, sum fyllir rætti­ liga nógv, hava stjórin og skriv­arin ábyrgdina av. Umframt tað, sum er ásett í lóg, hevur Granskingarráðið seinnu árini eisini fingið aðrar týdn­ingar­ miklar uppgávur at røkja. Síðani 2007 hevur fyrst fyri­ reikingin til og síðani ábyrgdin av ES-granskingarsamstarv­in­um ligið hjá Granskingarráðnum. Í høvuðs­­ heitum er uppgávan at

Martin Zachariassen, formaður. Institutleiðari á Datalogisk Institut, KU. Tilnevndur av Mentamálaráðnum Marita V. Rasmussen, næstforkvinna. Stjóri í Vinnuhúsinum. Umboðar Arbeiðsgevarafeløgini Erland Viberg Joensen. Savnvørður á Fornminnissavninum. Tilnevndur av løntakarafeløgunum. Guðrið Andorsdóttir. Stjóri fyri Ílegusavnið. Tilnevnd av Heilsumálaráðnum Hans í Líðini. Stjóri fyri p/f Rock. Tilnevndur av Fiskimálaráðnum. Jákup Mørkøre. Samskipari hjá Fiskivinnuroyndum. Tilnevndur av Vinnumálaráðnum. Kirsten Brix. Lærari á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði. Tilnevnd av Mentamálaráðnum

kunna og ráðgeva í Føroyum um møgu­leikarnar at søkja stuðul frá ES til gransking og menning. Har­ afturat er tað at kunna í ES um føroyska granskingar- og menn­ ­ ing­ar­umhvørvið og royna at ávirka møguleikarnar hjá okkum í yms­um skipanum. Hetta økið hevur NCPsamskiparin ábyrgd av saman við fleiri parttíðar NCP-arum. Stjórin fyri Granskingarráðið umboðar Føroyar í fleiri altjóða nevnd­um. Hesar eru m.a. stýrið fyri NordForsk, sum er eitt felags­ norð­urlendskt gransk­ingar­ráð, og evropiska gransk­ingar­sam­starvið ERAC (European Research Area Committee).

Síðst, men ikki minst, verður nógv orka brúkt í Gransk­ ingar­ ráð­num til almenna kunning um gransk­ ing. Hetta verður roknað sum ein tvørgangandi upp­ gáva í øllum arbeiðinum. Høvuðs­am­ boðini eru gransking.fo, Face­book síðan og talgilda tíðinda­brævið, sum verður sent úr til uml. 500 fólk 2. hvørja viku. Um­framt hetta eru ymsir kunn­ingar­fundur og so sjálvsagt ár­liga Vísindavøkan, sum er størsta einstaka tiltakið hjá Gransk­ingar­ráðnum.

Stjóri: Annika Sølvará  ·  Adressa: Bryggjubakki 12, 100 Tórshavn  ·  Telefon: +298 567 800  ·  Teldupostur: gransking@gransking.fo  ·  Heimasíða: www.gransking.fo Starvsfólk: stjóri, NCP-samskipari, skrivari (½), 4 NCP (1/10)


síða

4

Mynd: Jóanes Árting

Suðuroyggin er ein ónd fóttrumma ”Vit hava gjørt Suðuroynna til eina fót­trummu, meðan Streym­oyggin er lítla trumman. Hini ljóðførini eru gjørd úr øðr­um oyggjum.“ Orð­ini eiga kendu tónleikararnir Jens L. Thom­sen og Uni Árting úr bólk­in­um ORKA. Síðstu vikurnar hava teir gingið niðan á fjøll kring alt landið og sligið við sleggju, blakað við gróti og borað í klettar. Alt í eini roynd at fáa Før­oyar at ljóma sum eitt ljóðføri. Úrslitið er verkið „Føroyar 5.2 – Hvussu ljóða Føroy­ar?“ sum verður frum­ fram­ført á Vísinda­­vøkuni. Orð: Uni Leitisstein Hansen – Suðuroyggin er ein ónd fót­ trumma, djúp og myrk, sigur Uni Árting, áðrenn hann sker í hjarta­ ligan látur. Limirnir í tónleikabólkinum ORKA hava spælt tónleik upp á eitt sind­ur av hvørj­um millum ár og dag. Hegnpelar, fiska­línur, tunn­ur, jarn­brot, vinkulslíparar, amboðs­­ skáp, jarntrappur, para­bolir, fyri at nevna nøkur ting, spælt er uppá. Men seinastu vikur­nar hava Jens L. Thomsen, fram­ leiðari, og Uni Árting, trummu­spælari, spælt upp á nakað, teir í teirra undarligastu dreym­um ongan­tíð høvdu droymt

um at spælt uppá. Teir hava spælt upp á Føroyar – bókstavliga. Í samstarvi við Una Petersen, jarða­­lis­frøðing, hava Jens L. Thomsen og Uni Árting gingið niðan á fimm fjøll kring landið fyri at sláa við sleggju, blaka við gróti og bora í klettin. Alt í eini roynd at vita, hvussu føroyska undir­grund­ in ljóðar. Uni Árting og Jens L. Thomsen hava verið uppi á Kambi við Froðba á Suðuroynni, á Rógv­an­ um við Sørvág í Vágunum, Gása­ felli við Haldórsvík á Streym­oynni, á Knúki á Svínoynni og á Húsa­ reyni beint uttan fyri Tórshavn. Fjøllini hýsa fimm av samanlagt

seks seis­ miskum mátistøðum í Føroy­ um. Hesar mátistøðir eru saman­­ settar av geofonum, ið standa á hellu og fanga sjálvt tær minstu ristingarnar fleiri kilo­metr­ ar undir jarðar­yvir­flat­uni. Hesar ristingarnar verða skrá­sett­ar á seis­mografum, ið geo­fon­irnar eru íbund­nar. Avbjóð­ing­in hjá Jens L. Thomsen og Una Árting hevur so verið at umseta vísinda­ ligu dáturnar til tónleik.

Føroyar 5.2 „Føroya 5.2 – Hvussu ljóða Føroy­ ar?“ rópa Jens L. Thomsen og Uni Árting verkætlanina, sum er eitt saman­ spæl millum jarðvísindi, aku­ stikk og skapandi tónlist. Verk­ætlanin endar sum eitt verk, ið verður frumframført í Öström fríggja­ kvøldið 28. september á Vísindavøkuni. – Tað ljóðar ræðuliga langt úti og púra svakt, tá ein byrjar at tosa um tað, greiðir Uni Árting læandi frá. – Jens (L. Thomsen, blaðm.) og eg hava eisini fleiri ferðir ligið í skelli­­látri, tí tað gevur onga mein­ ing at ferðast í fleiri tímar, fyrst í

báti, og síðan til gongu í mjørka og regni, niðan á ein fjallatind, fyri at larma, sláa við sleggju og blaka við gróti. Gevur tað yvir­ høvur meining at royna at brúka eitt land sum eitt ljóðføri? spyr Uni Árting. Jens L. Thomsen er samdur. – Vit hava kent okkum sum rættar holumenn og hvørja ferð fingið láturkrampa av, hvussu langt úti hugskotið er. Men tað er júst tað, mær dámar so væl við „Føroyar 5.2”-verkætlanini, sigur Jens L Thomsen við einari bland­ ing av eldhugi og látri í røddini. Men tað er meining í ør­ skapinum. – Ristingar eru bylgjur, tað eru ljóð eisini. Í so máta eru tey í familju. Sostatt liggur hendan verk­ætlan í tí økinum, har Jens (L. Thomsen, blaðm.) og eg hittast yrkis­liga, staðfestir Uni Árting, ið er útbúgvin jarðfrøðingur, meðan Jens L. Thomsen er útbúgvin ljóð­ tøkn­ingur.

Hugskotið Hugskotið til „Føroyar 5.2”-verk­ ætlan­ina spretti í sambandi við

upp­ tøkurnar til síðstu ORKAfløguna „Óró“. – Tá vit gjørdu „ÓRÓ“ inni í Salt­ søluni í Havn, gjørdu vit royndir við at taka upp við geo­fonum, ið vit settu á stáldragarar, sum vit síðan bukaðu á. Vit gjørdu eisini upp­tøkur av gólvinum í Saltsøluni við geo­ fonunum. Hetta riggaði væl, men bleiv ikki ordi­liga fylgt upp, hóast vit brúktu onkrar av hesum upptøkum sum krydd á „Óró“, greiðir Uni Árting frá. Tá fyrispurningurin frá Gransk­ ing­ar­ráðnum kom um at luttaka í Vísindavøkuni, valdu ORKA-lim­ irnir at fara aftur til geofonirnar. – Upprunahugskotið til „Føroyar 5.2“ kom av tí sannroynd, at tær fimm mátistøðirnar, vit hava brúkt í verkætlanini, eru settar upp kring oyggjarnar á saman hátt sum sur­ round-hátalar­ar skulu plaserast í einum rúmi, fyri at fáa besta sur­ round-ljóðið. Tískil komu vit fram á hugskotið at geva áhoyrar­unum møgu­leikan at hoyra Føroyar í sur­ round. Men hetta var áðrenn vit fóru víðari og fingu hugskotið at spæla upp á Føroyar eisini, greiðir Jens L. Thomsen frá.


síða

5

Mynd: ORKA

Mynd: Kirstin Helgadóttir

Mynd: ORKA

Mynd: ORKA

Á markinum til ljóð Størsta avbjóðingin hevur verið at fáa líkinda tónleik burtur úr upp­tøkunum, við­gongur Jens L. Thomsen. Hann er upp­havs­mað­ urin og drívmegin í bólkinum ORKA, sum áður hevur gjørt tón­ leik burtur úr lutum, limirnir funnu í einum fjósi Innan Glyvur og í gomlu Saltsøluni í Havn. – „Føroyar 5.2“ er í tráð við tón­ leika­filosofi í ORKA, ið sigur, at alt ljóð er tónleikur. Men ljóðini, vit hava at arbeiða við, liggja frá 500 hertz og heilt niður á 0 ella 0.01 hertz. Hoyrn­in hjá okkum menn­ iskjum klárar vanliga at skráseta fre­kvensir millum 30 og 20.000 hertz, so vit arbeiða á markinum fyri, hvat oyra kann hoyra, og hvat tískil kann kallast ljóð, greiðir Jens L. Thomsen frá. Uni Árting viðgongur eisini, at tað hevur verið ein stór avbjóðing at fáa umsett upptøkurnar av seis­ mikk­inum, sum í roynd og veru eru vísinda­ligar dátur, til tónleik. – Tá eg vanliga geri og innspæli tónleik, so kenni eg øll ljóðførini so mikið væl, at eg kann gera mær eina greiða mynd av, hvussu

Mynd: ORKA

endaliga úrslitið fer at ljóða. Men hetta hevur verið sum at arbeiða í blindum. Vit hava ikki havt ánilsi av, hvussu tað fór at ljóða. Vit duga ikki eingongd ítøkiliga at siga, hvat tað er, vit hava gjørt. Tískil er søgan um tað, vit hava gjørt, eins sermerkt og tað, ið er komið burtur úr, heldur Uni Árting.

Í ætt við „UK Bass“ Sambært Jens L. Thomsen, so er tónleikurin, teir hava gjørt burtur úr upp­ tøkunum av føroysku undir­grundini, í ætt við elektron­ iska undir­grunds-tónleiks­lagið „UK Bass“. – Innan „UK Bass“ verður tosað um, at tónleikurin skal røra teg, men ikki soleiðis, sum vit vanliga hugsa um hetta fyribrigdi, at tú verð­ur kensluliga rørdur av at hoyra tónleikin. Nei, innan „UK Bass“ skal tónleikurin bein­leiðis rista í teg við lágum bassljóðum. Sambært Jens L. Thomsen, so kann hetta, at tónleikurin skal rista í ein, ljóða primi­tivt og bygda­sligt, men filosofiin aftan fyri „UK Bass“ er tvørturímóti gløgg­skygd.

– Innan „UK Bass“ verður roynt at raka innbygdar frekvensir í menniskjakroppinum við ávís­um ljóðum. Eg havi sjálvur upp­livað tað til konsertir og í klubb­ um í London. Tað er ótrú­ liga hug­ takandi at kenna, hvussu bass­ urin eina løtu kennist í bringuni, síðan á hálsinum, og uppaftur seinni í búkinum, beinunum og so framvegis. Eg haldi, at tað, ið kemur burtur úr hesari verk­ætlan­ ini, minnir um tað, sum roynt verð­ ur innan „UK Bass“. So tú kanst kalla hetta „FO Bass“, sigur Jens L. Thomsen brosandi.

Ein tvørlistarlig verkætlan „Føroyar 5.2“ verður tó annað enn myrkur og bassuttur tónleikur úr føroysku undir­ grundini. Øll til­ gongdin er filmað, og ætlanin er, at framsýningin skal vera ein saman­ renning av video, sur­ round-ljóði og rúmi. Tað verður bæði ein frásøgn um tað, teir báðir hava gjørt í sam­bandi við verk­ætlanina, og ein framløga av, hvat er komið burtur­úr, sigur Uni Árting.

– Tá tú kemur inn í Öström, er ætlanin, at tú gongur inn á eitt Føroya­kort, sum er á gólvinum. Uppi undir loftinum vísa vit stutt­ filmin um innspælingina á Húsa­reyni uttan fyri Havnina, tí Havnin er mitt í Føroyum. Hinir fýra veggir­nir í rúminum skulu so umboða teir ymisku partarnar av Føroyum. Talan verður tó hvørki um eina tón­leikakonsert, eina listainstalla­tión ella ein fyrilestur, men um eina samanrenning av øllum trimum, heldur Jens L. Thomsen – Vit spæla ikki live, men tað er heldur ikki ein vanlig installatión. Eg haldi, at tað er snøggast at kalla tað, vit hava roynt at gera, eitt verk.

Har Illimaður býr Men spurningur, ið flest øll óivað spyrja seg, er, hvussu ljóða Føroyar so? Jens L. Thomsen hevur eitt boð, tí um­framt at hava roynt at brúkt Føroyar sum eitt ljóðføri, so hava Jens L. Thomsen og Uni Árting eisini upptikið nógv bakgrunds­ ljóð av, hvussu ymisku oyggjarnar

Fakta Verkið „Føroyar 5.2 – Hvussu ljóða Føroyar?“ verður frumframsýnt á Vísindavøkuni í Öström, fríggjakvøldið 28. september.

vanliga ljóða, tá tveir holumenn ikki standa og sleggja og bora uppi á teimum. Teir hava funnið út av, at Føroyar ljóða sera ymiskt frá staði til stað. Granskarar halda, at tað eru umstøður sum brim, tá mátistøðin stendur tætt við eggina, tung ferðsla og annað, um hon stendur tætt við alfara­veg, ið ávirka ljóðini. – Tað er heilt ótrúliga hug­tak­ andi at sita og lurta eftir hesum upp­­tøkunum, tí tær eru so myrk­ ar og dragandi. Tað ljóðar næst­ an sum okkurt, ið kemur frá har Illimaður býr, sigur Jens L. Thomsen læandi.


síða

6

Samstarv við ES um gransking stóran týdning Føroyskar fyritøkur og stovnar hava staðið seg sera væl í kapp­ingini um pengar, síðani avtala varð gjørd við ES um granskingarsamstarv. Av­tal­an varð undirskrivað í Brussel á sumri 2010. Síðani tá hava stovnar og fyri­tøk­ur fingið játtað stuðul til 14 verk­ætlanir, í alt omanfyri 17 mió. kr. Pengarnir hava stóran týdning fyri føroyska gransking og fyri sam­felagið, men eins týdningarmikið, so stað­festir hetta, at vit hava nógva og dygga gransking, sum eisini hevur týdning uttan fyri Føroyar. Orð: Annika Sølvará Føroyar og ES gjørdu í juni 2010 avtalu um føroyska luttøku í sjeyndu rammu­skránni hjá ES. Hetta er skrá, sum virkar frá 1.1.2007-31.12.2013. Skráin er fíggj­ar­­liga grundarlagið undir evro­p­iska gransk­ingar­sam­ starv­inum. Øll lond í ES og EFTA eru við, um­ framt nøkur atknýtt lond, har­ímillum Føroyar. Hetta er amboðið hjá ES til at fáa loyst eina røð av átrokandi og stórum spurn­ ingum í samfeløgunum, at fáa skapt vøkstur og arbeiði í Evropa. Luttakaralondini rinda sín lut­ fals­liga part til skipanina, gjaldið verður roknað í mun til BTÚ. Síðani kunnu øll søkja um stuðul

til ymsar verkætlanir, eftir somu manna­­gongdum og við somu møgu­leikum. Eitt sindur meira enn helvtin av pengunum fer til skránna Coop­ era­tion – tær bundnu upp­gávur­ nar. T.d. verður lýst eftir gransk­­­­ ara­ toymum, sum vilja bjóða seg fram at loysa upp­gáv­una at stað­festa heilsu­ligu árini av mati úr hav­inum, ella spurn­ing­um hvussu vit best gagn­nýta bio­­tøkni í heilsu­­verk­inum. Tað eru ikki kvotur á fyri hvørt landið sær, so tað er upp til granskarar at finna saman í bólk­ ar og bjóða seg fram at gera arbeiðið, sum ES ynskir at fáa gjørt.

Føroyar væl við uppá stutta tíð Tað hevur eydnast føroyskum stovn­ um og fyritøkum at fáa játtaðar meira enn 17 mió. kr. frá ES uppá góð tvey ár. Hetta er væl betri, enn vit høvdu kundu rokna við, tí tað er vanligt, at tað tekur tíð at koma ordi­liga við í skipanirnar. Lutfalsliga liggja vit munandi betur fyri enn onnur atknýtt lond, tí meira enn onnur hvør umsókn hevur fingið játtað stuðul. Í miðal verður umleið fjórða hvør umsókn frá atknýttum lond­um stuðlað. Roknað verður við, at lima­ gjaldið fyri Føroyar verður uml. 34 mió. kr. fyri tíðar­skeiðið 20102013, harafturat kemur fyri­sit­ing,

Vegvísari í ES-frumskóginum Stuðulsskipanirnar í ES bera orð fyri at vera bureaukratiskar og hetta hevur eisini verið sagt um ES-gransk­ingar­skránna FP7. Tað er tó eingin orsøk at halda seg aftur at søkja stuðul fyri tað, tí góð hjálp er at fáa. Í Gransk­ingarráðnum eru fleiri fólk, sum kunnu vegleiða og hjálpa, um tú hevur hug at royna teg. Orð: Annika Sølvará Tað eru nógvar ymiskar stuðuls­ skip­ anir í FP7. Størsta skráin Coopera­tion hevur tíggju fakøki, har granskingartoymir kunnu søkja stuðul til gransking, sum ES ynskir at fáa framda. ES lýsir við útboðum við fastari um­­sókn­ar­ freist og ymsum bundnum krøv­ um. Krøv og freistir eru ymiskar í hesum tíggju skráunum. Skráin Capacities fevnir m.a. um stuðul til infrakervi og til gransking í smáum og miðalstórum fyri­tøk­ um, stytt SME. Skráin People er ein flytførisskipan, sum verður brúkt til at menna útbúgving, før­­ leikar og yrkisleið hjá gransk­arum. Skráin IDEAS fíggjar grund­gransk­ ing á hægsta altjóða stigi. Tann

fyrsta skipanin er ein top-down skipan, har ES setur út í kortið, hvat skal granskast. Fyri hinar tríggj­ar skipanirnar er talan meira um bottom-up, har granskararnir koma við uppskotum til, hvat skal granskast, hvussu og hvat. Øll lond, sum eru partur av FP7, skulu tilnevna lyklafólk at vera Natio­nal Contact Point, stytt NCP. Eitt NCP-umboð er bindilið og ábyrgd­­arpersónur fyri útvaldar partar av granskingarskránni vegna sítt land. NCP-umboðið skal fylgja við í, hvat hendir á økin­­ um, bæði heima og í ES-skip­an­ ini. Við­komandi kann tí veg­leiða fólki og leggja lag á í sam­bandi við umsóknir, sam­stundis sum tað eisini ber til at kunna, ávirka og knýta bond í ES-sam­starv­inum.

NCP-umboðini vísa veg Føroyar hava seks NCP-umboð, ein arbeiðir fulla tíð við hesum og hini fimm part tíð. Uppgávan hjá teimum er at fylgja við í, hvat hendir í FP7, at vísa á møguleikar fyri føroyingar innan víðfevndu skipanina og at leiðbeina í hesum sambandi. Spurningar, sum tey kunnu svara uppá eru m.a. nær søkjast kann, hvat kann søkjast um og hvussu ein umsókn verður latin inn. Tey kunnu eisini hjálpa fólki at fáa samband við røttu fólkini í skipanini. Til ber at lesa meira um FP7 og føroysku møguleikarnar á gransking.fo/FP7

sum er mett at kosta 3,5 mió. fyri sama tíðarskeiðið.

Nógv annað enn pengar Tað er givið, at pengarnir eru týdn­ ing­ar­mikl­ar, og teir eru eisini tað mátið, sum oftast verður hugt at. Fyri granskararnar og stovn­arnar hava netverkini av granskarum og atgongdin til tól og tøkni eisini sera stór­ an týdning. Ofta fáa gransk­arar ígjøgnum størri verk­­ ætl­ anir møguleika at keypa út­ gerð, sum stovnarnir hvør í sínum lagi ikki høvdu havt ráð at fingið til vega.

Mesta stuðulin innan matvøru og fiskivinnu Føroyingar hava søkt og fingið mesta stuðu­lin úr skipanini, sum kallast Knowledge Based Bio Economy (KBBE), tað er inn­ an mat­ vøru og fiskivinnu. Felagið Syntesa (áður Bitland) hevur fingið játtað stuðul til 4 verk­ ætlan­ ir, í alt uml. 6,5 mió. kr. Størsta einstaka játtanin síðani 2010 er játtan til verkætlanina

NACLIM, sum Havstovan er við í, føroyski parturin er umleið 4,5 mió. kr.

Samstarvið heldur fram aftaná 2013 Í januar 2014 tekur nýggja skráin Horizon 2020 við í staðin fyri sjeyndu rammu­skránna. Hend­­an skráin er umskipað og víðkað, eftir at ein umfatandi eftir­­meting er gjørd av sjeyndu rammu­ ­ skránni. Nýskapan er nú ein størri partur av skipanini og manna­ gongd­irnar vera gjørdar einfaldari fyri at minka um fyrisiting­arligu byrð­una. Í vár frættist, at tað ikki var vist, at Føroyar sluppu at halda fram í samstarvinum. Føroyska sendi­ stovan í Brussel tók málið upp og hevur síðani fingið ruddað forð­ ingarnar av vegnum. Nú skuldi ikki verið nakar ivi um, at vit sleppa at luttaka í Horizon 2020, um vit ynskja tað.

Føroysku NCP-umboðini eru: John D. Olsen, Granskingarráðið, tel. 567802, t-post: john@gransking.fo Ábyrgdarøki: NCP-samskipari, Sosial- og búskaparvísindi og hugvísindi, Orka, Ideas, People, SME, Science in Society Hannes Gislason, Náttúrvísindadeildin, tel. 352576, t-post: hannesg@setur.fo Ábyrgdarøki: Kunningar- og samskiftistøkni Maria Dam, Umhvørvisstovan, tel. 342470, t-post: mariad@us.fo Ábyrgdarøki: Umhvørvi og veðurlagsbroytingar Maria Skaalum Petersen, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, tel. 316696, t-post: maria@health.fo Ábyrgdarøki: Heilsa Jonhard Eysturskarð, Fiskaaling, tel. 474749, t-post: jonhard@fiskaaling.fo Ábyrgdarøki: Matvørur, landbúnaður, fiskivinna og biotøkni Annika Sølvará, Granskingarráðið, tel. 567803, t-post: annika@gransking.fo Ábyrgdarøki: Løg- og fíggjarviðurskifti, infrakervi o.a. yvirskipað


síða

7

Fakta Navn: Ólavur Gregersen Útbúgving: Cand.merc. við sergrein í Altjóða handli Aldur: 43 ár Giftur og eigur trý børn, 2, 12 og 14 ár. Stjóri og eigari av SYNTESA, ið veitir ráðgevingartænastur innan nýskapan til altjóða marknaðin. Felagið hevur trý starvsfólk í Føroyum umframt atknýttar ráðgevarar í Føroyum, Skotlandi, Danmark, Týsklandi og Spania.

Mynd: Leif Láadal

Mister ES Tað tók nøkur ár at fáa atgongd til gransk­­ingarmilliardirnar hjá ES, men nú Føroyar hava verið partur av hesi skipan í tvey ár, sær ikki so galið út. Tann føroyingur, ið er longst frammi, er Ólavur Gregersen og hans­­ara felag Syntesa, sum er við í verk­ætlanum fyri meira enn 120 milliónir krónur Orð: Leif Láadal Stóra krúllutta myrka hárið og ljómandi láturin er kanska tað, sum nógv kenna vinnu­lívs­mannin Ólav Gregesen fyri. Hann er heldur ikki bangin fyri at siga sína meining um samfelagsviðurskiftir, men tá mann stingur nøsina fram, er altíð onkur, sum hevur hug at trýsta hana inn aftur. Tað gav at bíta, tá stóra Bitland-verk­ætlanin mátti leggja árarnar inn herfyri, og tað breyt í bæði borð. Men Ólavur er treiskur, og tað er ikki lætt at halda honum niðri, og nú Bitland er lagt í grøvina, standa ikki færri enn tríggjar stór­ar altjóða menn­ ingar­ verkætlanir fyri framman. Ætlanir, sum allar snúgva seg um mat­vøru­framleiðslu, og ætlanir, sum allar eru blivnar til, tí Ólavur hevur funnið frymilin – ella í hvussu so er ein part av honum – til ES-gransk­ingar­milliardirnar.

Bert 35 játtaðar umsóknir

Tá Europasamveldið bjóðaði fólki at søkja stuðul til gransking og menn­ ing av matvøruframleiðslu í fjør, komu 300 um­sóknir inn. Potturin av granking­ar­peng­um var umleið 3 milliardir krónur. Av teimum 300 umsóknunum vórðu 35 játtaðar. Og av teimum 35 játt­ aðu umsóknunum vóru feløg hjá Ólavi Gregersen við í trimum.

Men hvussu verður søkt eftir gransk­ingarpengum frá ES? Í stuttum er mannagongdin hend­an: Fyrst verður lýst alment eftir skikkaðum um­ sókn­ um úr øll­ um Evropa. Freistin er eitt hálvt ár. Tá umsóknirnar eru kom­ nar inn, verða bólkar við mill­um fýra og átta ser­frøðingum settir til hvørt verkevni. Hesir bólkar evaluera og stigmeta verk­­ætlan­­ irnar. Í høvuðsheitum verður hugt at trim­­um lutum – vísinda­ligu góðskuni, verk­ætlan­ar-um­siti­ ngarliga førleikanum og rele­ vans­­inum í mun til tað, sum ES sókn­ ast eftir. Tá endaliga met­ ing­in er greið, verða tær bestu verk­ ætlanirnar bodn­ ar til eina sam­ráðing við ES. Har verð­ur eftir­ kannað, at alt er, sum tað verð­ur lagt upp til í um­sóknini, og so verða pengar játtaðir, tá ES hevur tryggjað sær, at alt er í lagi. Hetta ljóðar nokk so lætt, men tað er tað ikki. Krøvini til um­­­sóknirnar, sum skulu vera á enskum, eru hørð, og fyri yvir­ høvur at fáa viðgerð, mugu um­ sóknirnar vera settar saman á ein ávísan hátt.

Serfrøðingurin Tað eru ikki nógvir føroyingar, sum hava royndir við at framleiða hes­ar krevjandi ES-umsóknirnar, men Ólavur Gregersen og hansara fólk mugu eftirhondini metast at

vera eitt slag av serfrøðingum á økinum. „Tú mást minnast til – og tað sigur ES eisini sjálvt – at tað eru ikki altíð teir bestu gransk­ararnir, sum fáa ES-stuðul, men har­ afturímóti tær bestu um­sóknirnar, og tað er ein ávísir munur“, sigur Ólavur Gregersen, sum seinastu árini hevur verið við til at skrivað 12 stórar umsóknir til ES. Helvtin av teimum hava fingið játtandi svar. „Tá nú skipanin er sum hon er, so mugu granskararnir minnast til, at hetta er ikki bert talan um at søkja sær pengar til sína egnu gransking“, minnir Ólavur á. „Hetta er meira at meta sum ein út­ bjóðing, har ES ásetur, hvat ið ES vil fíggja av gransking og nýskapan í okkara parti av heiminum. Síðan kunnu gransk­ arar og vinnufyritøkur bjóða seg fram í einum bólki við eini umsókn, ið tekur støði í teimum førleikum og menningarhugskotum, sum viðkomandi bólkur hevur. Hetta verður so mett í mun til tað, sum ES vil hava framt“, fortelur Ólavur Gregersen.

13 milliónir evrur Ólavur Gregersen veit, hvat hann tosar um. Í fjør søktu feløg hjá honum, og feløg sum hann samstarvar við, um stuðul til fýra verkætlanir, og harav tríggjar um­ sóknir vórðu játtaðar. Samlað er talan um ES-stuðul fyri 13 milliónir evrur ella tað, sum svarar til knappar 100 milliónur DK/FO krónur. Felagið hjá Ólavi, Syntesa, er í løtuni við í tilsamans fýra ES verkætlanum við leiðandi

350 milliónir evrur Tann 10. juli 2012 í ár lýsti ES alment við, at 350 milliónir evrur vóru tøkar til gransking og menning innan mat­vør­ur, landbúnað, fiski- og alivinnu og biotøkni. Hesir pengar verða tillut­aðir teimum verkætlanum, sum gjøgn­um umsókn og framløgu megna at prógva fyri eini dómsnevnd, at júst teirra ætlan er verd at lata pengar til. Um­­sókn­arfreistin er 5. februar 2013. Tað var í hesum bólki, at feløg, sum Ólavur Gregersen er við í, fingu tillutað gransk­­ingar­pengar í fjør. Tað eru fleiri onnur øki í 7. rammuskránni, har tað eisini er gjørligt at søkja ES-stuðul.

arbeiðs­­­uppgávum, og er sam­ skip­ ari av tí eini verkætlanini. Hon hevur arbeiðsheitið „A Living Lab for SMART Pigfarming“, og snýr seg um burðardyggari fram­ leiðslu av mat­vørum – í hesum føri svínum. Fram­ leiðsl­ an skal við nýskapandi tøkni gerast bæði umhvørvisvinarligari og effekt­ivari. Hendan verkætlan er stuðlað við 1 millión evrum frá ES. Í før­oysk­um høpi er áhugavert, at í júst hesi verkætlanin er Nema eisini partnari , har ið tann spor­ føris­skipanin, sum verður brúkt í før­oyskum alibrúkum, fer at verða brúkt í svínagørðum í Ungarn og Spania. Hinar tríggjar verkætlanirnar, sum Synt­esa er við í, hava út­lend­ skar samskiparar, og hava fingið tilsamans 15 milliónir evrur frá ES.

Ikki bara ES-lond Dansurin kring ES-milliardirnar byrjar á hvørjum ári við, at ES hyggur upp á støð­una í londunum og velur nøkur verkevnir burturúr, sum tað metir tørvur er á at menna. Seinnu árini er rættiliga nógv­ur peningur brúktur upp á at menna mat­vøru­fram­leiðslu,

men pengar verða eisini brúktir til onnur øki. Tað skal leggjast afturat, at ESgransk­­ingar­pengar ikki bara fara til ES-lond, og tað er eisini tí, at Føroyar sleppa upp í part. Tá vit tosa um 7. rammuskránna, sum risa­stóra granskingarverkætlanin hjá ES verður rópt, eru fleiri lond, sum ikki eru limir í ES við – eitt nú Norra, Ísland og Føroyar – og tað avgerðandi er tá, at tað sum verður goldið í rammukassan kemur aftur sum stuðul til ítøkiligar verkætlanir. Føroyar hava avtalu við ES um eitt ávíst inngjald á hvørjum ári og hava sostatt loyvi at søkja. Hesi trý árini, vit hava verið við, hevur hetta gjald árliga í miðal ligið um 8 milliónir krónur. ES-londini sjálvi hava ikki møguleika at velja, um tey vilja vera við ella ikki. Og tær 8 milliónirnar, sum Føroyar gjalda inn árliga, síggja út til at koma aftur og nakað væl afturat. Í hvussu so er, so hevur Mister ES, Ólavur Gregersen, gjørt sítt til, at vektin er koppað til okkara favør.


síða

8

Jana visti einki um jarðfrøði frammanundan Hvussu endar tú sum gransk­ari? Og hví verður júst hetta, og ikki okkurt annað títt granskingarøki? Ja, tað eru tað ivaleyst líka nógv svar upp á, sum tað eru granskarar, men hjá jarðfrøðinginum Janu Ólavsdóttir var alt eitt sindur tilvildarligt. Í dag granskar hon í vitan, sum kann koma at geva Føroyum milliardir. Orð: Leif Láadal Fyri at enda sum granskari skalt tú fokusera hundrað prosent upp á evnið og uppgávuna frá barns­ beini. Ella hvat? Jú, tað finnast gransk­arar, sum arbeiða við sín­ um frítíðaráhuga og hava brent fyri sínum granskingarevni frá tí, at teir dugdu at ganga. Men tann mest vanligi framferðarhátturin er tó tann, sum jarðfrøðingurin Jana Ólavs­dóttir upplivdi. At hon skuldi enda við at granska í føroysku undir­grundini, so vit kunnu fáa meiri vitan, ið kann økja um møgu­leikarnar at finna kolvetni, var eitt sindur tilvildarligt.

Formlar ikki so áhugaverdir

Jana Ólavsdóttir, sum arbeiðir og granskar fyri Jarðfeingi við tilknýti til universitetið í Keypmannahavn. Jarðfrøði verður mett at vera eitt fak, sum ikki er so stødd­ frøðiligt. Tað eru meira illu­stra­ sjónir og tulkingar, og tað passaði Janu fínt. Har slapp hon at brúka sítt hugflog og kanska latentu listar­ligu evnir. „Fólk, sum arbeiða við jarðfrøði eru rættiliga kreativ. Tú skalt duga at ímynda tær ymist, sum ikki sæst, og sum tú ongantíð kemur at síggja. Til dømis, hvussu eitt 50 milliónir ára gamalt delta í undir­ grundini sær út“, fortelur Jana, og áhugin lýsir úr eygum hennara.

Omaná basaltinum

Aftaná miðnám valdi Jana at fara at lesa støddfrøði og alisfrøði. Tað var tó ikki so spennandi. Hon dugdi als ikki at ímynda sær, at hon fór at arbeiða við turrum forml­ um restina av lívinum, so hon byrjaði tí at hyggja eftir onkr­ um øðrum. „Ein partur av lesnaðinum var jarða­lis­frøði, og tað fangaði mín áhuga, so eg gjørdi av at flyta lesnað til jarðfrøði, og tað havi eg ikki angrað eitt sekund“, fortelur

Fakta Navn: Jana Ólavsdóttir Útbúgving: jarðfrøðingur Aldur: 39 ár Gift og eigur trý børn, 8, 8 og 13 ár Ph.d. lesandi og granskari á Jarðfeingi/Universitetinum í Keypmannahavn Granskar, hvaðani legugrýti oman á basaltinum í Hetlandsrennuni kemur, og hvønn eginleika legugrýti hevur sum kolvetnis goymslugrýti Ph.D ritgerðin hjá Janu verður væntandi liðug við ársskiftið 2012/2013. Mynd: Leif Láadal

Jana funnið út av, at legu­ grýti kemur frá tí bretska økinum, Fugl­ oyar­rygginum, Munka­­grunn­inum og Føroya há­slætt­­­an­um. Jana greiðir frá, at hon eisini hevur kannað dygdina av legu­­grýtinum, sum kemur frá tí føroyska økinum, tí hetta legu­grýti er mett at vera verri enn legu­grýti, sum kemur frá tí bretska økin­ um. Kann­ingarnar vístu, at legu­grýti frá tí føroyska økin­um hevur betri eginleikar enn mett, og at hetta legugrýti ikki hevur spjatt seg til land­synningspartin av Het­lands­ renn­uni.

Tíðarætlanin fyri lesnaðin hjá Janu skuldi vísa seg a verða góð. Olju­málaráð og síðani Jarð­feingi blivu sett á stovn, og við papp­ írum sum jarðfrøðingur í hondini var lagakvinnu at søkja tann vegin. Men hvat granskar Jana so í? Jú, oman á basaltinum í Het­ lands­­rennuni liggja upp í tríggjar kilometrar av legugrýti (sedi­ ­ ment­­um), sum eru runnin saman Vitan fyri milliardir í Hetlandsrennuni ymsa­staðni frá. Higartil hava tey, sum leita eftir Við seismiskum tulk­ing­um hevur kolvetni við Føroyar, fokuserað

uppá legugrýti, sum liggja undir basaltinum, men við granskingini hjá Janu og líknandi kanningum fæst meiri vitan um tað, sum liggur grynri. Upplýsingar, sum kunnu brúkast, tá Føroyar aftur fara at bjóða út leitiloyvir. Við nøktandi upplýsingum um økini veksur áhugin hjá oljufeløgunum. Og talan er um virðismikla vitan fyri milliardir av krónum. Beint hinumegin markið millum Føroyar og Bretland eru fleiri kolvetniskeldur funnar í teimum grynru legugrýtisløgunum seinnu árini, so sum Cambo, Tober­mory, Rosebank og Tornado fund­ ini. Og tað vísir seg, at tey legu­ grýtisløgini, sum eru í land­synn­ ings­økinum av føroyska partinum

Havstovan hevur til endamáls at kanna føroyskt havumhvørvi og tað livandi til­ feingi, ið har er, og at ráðgeva og kunna land­ sins myndugleikar og almenning um hesi viðurskifti. Á hvørjum ári skal hon lata Føroya Landsstýri upplýsingar um støðuna í fiskastovnunum á før­oysku land­ leið­ unum og á sjóleiðum uttan fyri før­oysku landleiðirnar, sum føroysk fiski­ før gagnnýta, og skal gera vísinda­ligar til­ ráð­ingar og metingar samsvarandi enda­ málinum í lógini um vinnuligan fiskiskap. Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni: „Gransking av havsins tilfeingi er alneyðug, fyri at vit øll skulu fáa sum mest burtur úr havinum, tí blindar eru ókunnugar gøtur“.

Fyri at røkka hesum setningi ger Havstovan á hvørjum ári regluligar kann­ ing­ ar við rannsóknarskipinum „Magnus Heinason“ av havumhvørvi og vistskipan við ser­ligum denti á fiskastovnar, sum vera gagnnýttir.

av Hetlandsrennuni, fram við markinum til Stóra­bret­land, eru tey somu sum á bretskum øki, og tað økir um møguleikan fyri at finna kolvetni í føroyskum øki. Jana verður liðug við gransking sína longu seinni í ár ella fyrst í 2013.

Kanningarnar skulu lýsa gongdina frá einum ári til annað og hjálpa okkum at skilja broytingarnar í livandi tilfeinginum. Tær eru ein treyt fyri at kunna skipa burðardygga gagnnýtslu. Aftrat hesum verða royndir gjørdar við leig­aðum skipum, og harumframt kann­ingar av veiðuni hjá fiskiskipum. Úrslit av kanningunum verða kunngjørd í vísindaligum tíðarritum og á ráð­stevn­um og verða kunnaði føroyska almenn­ing­inum í greinum, ritum og framløgum, umframt á heimasíðuni. Havstovan hevur samband við nógvar granskingarstovnar uttan­ lands og er við í fleiri føroyskum, norður­ lendskum og evropiskum verk­ætlan­um.

Stjóri: Eilif Gaard  ·  Adressa: Nóatún 1, 100 Tórshavn  ·  Telefon/fax: +298353 900 / 353 901  ·  Teldupostur: hav@hav.fo  ·  Heimasíða: www.hav.fo Høvuðsgranskingarøki: Fiskiskapur, havvistskipanir og veðurlag  ·  Vísindastørv (ársverk): 15


Kom og síggj keldurnar og amboðini Veitst tú, hvussu tólini, sum verða brúkt til DNA-kanningar, síggja út? Ella hvussu nágreiniliga kirkjubøkurnar eru skrivaðar? Og hvaðani merkini á helluni á Tinganesi stava? Um ikki, so hevur tú nú møguleikan at fáa hetta at vita Orð: Annika Sølvará Á Vísindavøkuni fær almenn­ing­ urin høvi at fáa innlit í nøkur av arbeiðsamboðunum hjá gransk­ ar­unum. Vit skipa fyri vitjanum á starvs­stovunum á Heilsufrøðiligu Starvs­ stovuni og í søvnini hjá Lands­­skjalasavninum. Harafturat verður gongutúrur á Tinganesi, har greitt verður frá um gomlu merk­ ini á helluni og húsunum har. Eisini verður møguligt at royna seg við stjørnukikara av Skála­­trøð um viðrar. Á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni fer Debes Christiansen, deildar­ leiðari, at vísa runt á starvs­stov­ un­um og greiða frá, hvat verður gjørt har. Tað verður møguleiki at síggja, hvussu ymisku tólini verða brúkt og hvat tey vera brúkt til. Á Landsskjalasavninum fer

Sámal T. F. Johansen, leiðari, at sýna ymiskt fram úr goymslunum hjá Lands­ skjalasavninum. M.a. verð­ur høvi at síggja Kongs­bók­ina, løgtings- og várproto­kollir, kirkju­­ bøkur og ymisk onnur gomul skjøl. Rolf Guttesen, geografur, fer at greiða fólki frá nøkrum av teimum mongu merkjunum, sum finnast skorin og rist í hellur og bygningar i og rundan um Tinganes. Í sam­ bandi við gongutúrin fæst bókin Spor í Tinganesi, sum hann hevur skrivað og lagt til rættis, fyri serprísin 180 kr. Um viðrar kemur Pól Jespersen við einum stjørnukikara og fer at leggja fólki, sum hava hug at síggja, hvat náttarhimmalin bjóðar hesa ársins tíð, lag á. Túrarnir byrja allir frá fabrikkini hjá Öström á Skálatrøð.

Vis ti tú, at ?! nti Fyrsti skjalprógvaði úti var í um roy Fø í deyðadómurin tá 6, 170 í sti ina 1583, tann se in tik ru vó ini Skælingssystk i av døgum. Seinasti sagd , 46 18 í r va n deyðadómuri r ntu úti i ikk r men hann va

Skrá: kl. 17.00 Spor í Tinganesi – gongutúrur við Rolf Guttesen kl. 17.30 Rundvísing á rannsóknarstovuni – útferð til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna kl. 18.00 Goymt. men ikki gloymt – útferð til Landsskjalasavnið kl. 18.30 Spor í Tinganesi – gongutúrur við Rolf Guttesen kl. 22.15 Rundvísing á rannsóknarstovuni – útferð til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna kl. 22.30 Goymt. men ikki gloymt – útferð til Landsskjalasavnið kl. 22.30 Kaga upp í himmalin – útferð í rúmdina

Tað eru skrásett 306 sløg av fuglum í Føroyum

Í juni 2006 byrjaði Ílegusavnið sítt virk­semi at skipa, byggja upp og fyrisita Vevnað­ar­ skránna, Diagnosuskránna og Ætt­ar­bands­ skránna og at viðgera um­sóknir um loyvi til at granska í upp­lýs­ing­unum í skráunum.

Guðrið Andorsdóttir, stjóri á Ílegusavninum: ”Skráir okkara gera tað møguligt hjá granskarum at finna orsakir til sjúkur – og soleiðis vera við til at lekja sjúkur og bøta um brek.“

Endamálið er at kunna seta til taks hesar skráir sum part av undirstøðukervinum við heilsu­ upplýsingum og ættar­ bands­ upp­­­lýsingum í sambandi við gransk­ing­ar­­ verk­ætlanir, sum hava til enda­máls at lýsa sam­bandið millum ílegur, ættar­bregdi, um­ hvørvi og sjúkur. Fólkatalið farnu 4 øldir­nar verður mett at vera um­leið 200.000 fólk. Ættarbandsskráin verður ætlandi liðug í 2012. Í løtuni eru umleið 20 verkætlanir í gongd saman við granskingarfeløgum í Føroyum og uttanlands.

Stjóri: Guðrið Andorsdóttir  ·  Adressa: J. C. Svabos gøtu 43, 100 Tórshavn  ·  Telefon/fax: +298 304 700 / +298 304 710 Teldupostur: gudrid@biobank.gov.fo  ·  Heimasíða: www.biobank.gov.fo

Ílegusavnið er opið fyri samstarvi við áhugaðar granskingarfelagar heima og uttan­lands. Høvuðsgranskingarøki: Á Ílegu­savn­inum við trimum skráum viðv. føroyska fólk­ inum: vevnaðarskrá, diag­nosu­skrá og ætt­ arbands­skrá er høvuðs­gransk­ingar­økið Heilsugransking Vísindastørv (ársverk): 1,5 um­sit­ing­ar­lig starvs­ fólk, sum arbeiða við vevnaðar­ skránni í samstarvi við gransk­arar í Føroy­ um og uttanlands. Haraftrat eru vísindafólk og atstøðingar knýtt at teimum ymisku verk­ætlan­unum. Í løtuni eru uml. 40 knýtt at verk­ætlanunum.

síða

9


síða

10

Øðrvísi

Fakta Navn: Bergur Djurhuus Hansen

enn alt annað

Nú verður hvør steinur í rithøvundavirkseminum hjá Kristian Osvald Viderø vendur. Bergur Djurhuus Hansen, cand.mag., stendur fyri granskingini, og orsøkin til, at hann hevur valt Viderø, er einføld. K.O. Viderø er sín egin. Orð: Leif Láadal „Tað, sum Viderø hevur skrivað, er so nógv øðrvísi enn alt annað, sum er skrivað á føroyskum“, svarar Bergur Djurhuus Hansen, tá hann verður spurdur um orsøkini til, at tað er neyðugt at granska í Viderø. Á lítlu skrivstovu síni á loftinum í einum húsum Handan á, sum Fróðskaparsetur Føroya varðar av, situr 43 ára gamli granskarin Bergur D. Hansen í hesum døg­um við nøsini djúpt niðri í rit­høvunda­­ virk­ seminum hjá Viderø presti, sum fólk ofta róptu Kristian Osvald Viderø, ið livdi frá 1906 til 1991. Virðingin fyri skaldskapinum hjá Viderø lýsir úr eygunum á bókmenta- og søgufrøðinginum Bergi, tá hann tosar um Viderø. „Tað, sum serliga hugtekur meg við Viderø, er at hann bæði leingist burtur úr Føroyum, ja langt, langt burtur, og leingist heim til Føroyar, og at hann skriv­ar so fantastiska væl um tað. Hann hevur einastandandi lýsingar av fremmandum londum og fremmandum fólki, og ikki minst av

sær sjálvum og sínum reaktiónum, tá hann møtir tí, sum er fremmant og ókent“, fortelur Bergur. At brenna fyri tí, sum ein gransk­ar í, er ikki nøkur beinleiðis fort­reyt fyri at granska, men Berg­ ur hevur, eins og nógvir aðrir før­ oyskir granskarar, valt sær eitt granskingarevni, sum hann held­ ur er spennandi og neyðugt. Og tá hendan mannagongd verð­ ur brúkt, fær verkætlanin eina so góða byrjan, sum til ber.

Heima er ikki til Arbeiðsheitið á granskingini um Viderø er „Heima er ikki til“, og tað heitið er tann felagsnevnarin, sum Bergur hómar gjøgnum allan skaldskapin hjá Viderø, tá vit tosa um alt annað enn bygdarsøgur hansara. „Tað staðið, sum Viderø knýtti seg at, var ikki eitt ítøkiligt stað, men eitt stað, sum fanst í huganum á honum. Tá vit í dag lesa hansara skaldskap, er tað týði­ligt, at hann hevur onga­staðni, har hann kennir seg heima“, staðfestir Bergur D. Hansen.

Útbúgving: Cand.mag. í komparativari bókmentasøgu og søgu Aldur: 43 ár Giftur og tvey børn, 13 og 24 ár Ph.d.lesandi, Føroyamálsdeildin, Fróðskaparsetur Føroya Granskar ferðafrásagnirnar hjá K.O. Viderø. Arbeiðsheiti á granskingarverkætlan: „Heima er ikki til“.

Ein vanlig ph.d.-gransk­ingar­ verk­ætlan tekur trý ár, og tá so nógv arbeiði verður lagt í eitt einstakt evni, er gott um evnið kann leiða okkum víðari og nema við okkurt universelt. Soleiðis er eisini við Viderø. Bergur vísir á, at Viderø umaftur og umaftur lýsir tað kenda mótvegis tí ókenda, tað heimliga mótvegis tí fremmanda, fortíðina mótvegis nútíðini, og hann ger tað sum forvitin, leitandi og ferðandi føroyingur í 20. øld. Á tann hátt viðger hann evni, sum fólk til allar tíðir hava kjakast um, og sum hava týdning fyri tað modernaða menniskjað.

Eitt fyribrigdi Tað verður víst nógv til K.O. Viderø í øðrum føroyskum skaldskapi. Viderø er eitt fyribrigdi í føroyskari mentan og hugaheimi, men eingin hevur kavað djúpt niður í allar tær túsundavís av síðum, sum hann skrivaði. Og henda

SØVN LANDSINS

Anna Maria Fosaa, deildarleiðari á Náttúrugripasavninum: „Okkara gransking hevur víst, at veðurlagsbroytingar fara at broyta plantuvøksturin í Føroyum“

Søvn Landsins eru ein stovnur undir Mentamálaráðnum, ið varðar av mentanar- og náttúruarvinum. Stovnarnir í Søvnum Landsins eru Landsbókasavnið, Lands­skjala­ savnið, Náttúrugripasavnið og Fornminnissavnið. Uppgávurnar hjá Landsbókasavninum eru at vera landsbókasavn, bóka­savns­ sentralur og bókasavnseftirlit. Landsbókasavnið skal savna allar føroyskar bók­ mentir og í tann mun tað er gjørligt allar bókmentir, sum viðvíkja Føroyum. Har­ umframt skal Landsbókasavnið sum sentral- og granskingarbókasavn virka fyri útbreiðslu av kunn­leika og upplýsing í land­inu­m. Lands­bókasavnið hevur eftir­lit við

Mynd: Leif Láadal

støðan, sum Viderø prestur eigur í føroyska samfelagnum, er orsøkin til, at Bergur D. Hansen vil skera inn á bein í skaldarvirkseminum hjá Viderø, so tað verður lættari

at skilja, hvat tað var, sum hann gjørdi og vildi. Ph.d.-ritgerðin hjá Bergi D. Hansen verður eftir ætlan liðug 2014.

Vis ti tú, at ?!

% av fólkinum Í 1901 hoyrdu uml. 0,2 omuna, í Føroyum til Brøðrasamk í dag er talið uml. 15 %

fólka­ bókasøvnunum, tekur sær m.a. av bókakeypi og katalogisering til bóka­søvn, sum ikki sjálvi hava út­búgvið fólk til hetta. Lands­bóka­savnið umsitur skyldu­avhend­ ingina av prentlutum, sum er áløgd teimum, ið framleiða eintøk til út­gávu. Landsskjalasavnið hevur tvær høvuðs­ uppgávur, at innsavna, skipa, varð­veita, lýsa og taka sær av tí tilfari, sum almenn­ir stovnar sambært lóggávu skulu avhenda til savnið, og at hava eftir­lit við journal­um og arkivum hjá almenn­um stovn­um og ráðgeva teimum. Seinna upp­ gávan er fyritreyt fyri tí fyrru. Lands­skjala­savnið skal harumframt innsavna privat skjøl, sum hava granskingarligan ella mentanarligan týdning. Samstundis er tað uppgáva Landsskjalasavnsins at hava savnindi tøk til almenna fyri­ sit­ ing og gransking og at hava egna gransk­ing. Landsskjalasavnið sam­starv­ar við útlendsk skjalasøvn, serliga Stat­ens Arkiver í Danmark, sum eisini hava týðandi savnindi úr Føroyum. Lands­skjala­savnið og Statens Arkiver sam­ starva um afturbering av føroyskum skjala­ savn­ind­um úr Danmark til Føroya so hvørt.

Høvuðsuppgávurnar hjá Føroya Forn­ minnis­savni, Føroya Náttúru­gripa­savni og Havlívfrøðiligu Royndarstøðini, sum lut­ víst hevur inntøkufíggjað virksemi, er at reka musealt virksemi, nevniliga inn­ savning, skráseting, varðveiting, gransk­ ing og miðlan av fysiska náttúruarvi og mentan­ararvi Føroya. Fornminnissavnið og Náttúru­ gripasavnið eru umboðað í Yvir­ friðingarnevndini. Harumframt um­ fata uppgávur Fornminnissavnins um­ siting av fornminna- og bygn­inga­frið­ingar­lóg­ini, lógini um fornminni í sjónum, fak­ligt eftir­ lit við mentanarsøguligum bygda­ søvnum og antikvariskari ráð­gev­ing í sambandi við bygningar fólka­kirkjun­nar. Søvn Landsins høvdu í 2011 eina saml­ aða játtan upp á kr. 35,9 mió, av teimum 62% til rakstur, 10% til antikvariskar verkætlanir og 28% til ymiskar stuðils- og eftirlitsskipanir, sum stovnurin fyrisitur. Í 2011 fevndu hesar um 21 bygdasøvn við mentanarsøguligum virksemi, 20 fólkaog skúlabókasøvn og 3 listasøguligar samlingar.

Stjóri: Andras Mortensen  ·  Adressa: Kúrdalsvegur 15, 188 Hoyvík  ·  Telefon/fax: +298 340 500  ·  Teldupostur: savn@savn.fo  ·  Heimasíða: www.savn.fo Høvuðsgranskingarøki: Lívfrøði á landi, lívfrøði í sjónum, plantufrøði, fornfrøði, fólkalívsfrøði, bygningafrøði, fyrisitingarsøga  ·  Vísindastørv (ársverk): 12,6


síða

Vísindi fyri eygu og oyru Gransking er ikki altíð so spenn­ andi fyri uttanfyristandandi at hyggja at. Tøl, talvur, prøvar og skjøl siga ikki altíð fólki so nógv. Men sumt av tí, sum granskarar fá­ ast við, kann vera rættiliga spenn­ andi, hugvekjandi og vakurt. Eitt av økjunum á Vísindavøkuni er serliga ætlað til børn og ung. Her at bera til at nema við, taka lut og royna okkurt sjálvi.

Millum annað verður hetta á skránni: • Starvsfólk frá Studenta­skúlan­ um í Hoydølum fara at gera nakrar royndir og sýna fram, millum annað um grøna orku. • Starvsfólk á Havstovuni og Nátttúruvísindadeildini fara at skera fiskar upp og greiða frá sam­stundis. • Starvsfólk á Ílegusavninum og Landssjúkrahúsinum fara at

hjálpa fólki at uppreinsa teirra egna DNA. Úrslitið av royndini kann gerast til eina smúkku at heingja um hálsin. • Kapping í at byggja ymisk mýli, t.d. ethanolmýli, sum líkist einum hundi. Hesi tiltøkini vera frá kl. 16.10 og til umleið 19.30. Neyv skrá fyri, nær hvørt tiltak verður, kemur at hanga í Vísindavøkuhøllini.

Heilagrunnurin

Vis ti tú, at ?!

ari hevur spælt Ein olympiskur gullvinn KÍ og HB. Tað við fótbóltsliðunum hjá m vann gull var Hjalmar Heerup, su í fótbólti á við danska landsliðnum en í 1906. óalmennu leikunum í Ath

Tað eru skrásett 30 sløg av svartaklukkum í Føroyum

– Slóðin til fremstu vitanina 245 fiskasløg eru skrásett undir Føroyum pr. 2011. Fyri alla jørðina er talið eini 30 túsund sløg.

Umleið 100.000 fuglar eru ringmerktir í Føroyum síðstu 100 árini

Leitar tú eftir samstarvsfelaga til eina verkætlan? Vilt tú hava ein serfrøðing at siga sína hugsan? Ella ert tú forvitin eftir at vita, hvat fer fram innan gransking og menning í Føroyum? Vitja Heilagrunnin – á tremur við føroyskum granskarum. Saknar tú onkran í grunninum ella kundi tú eisini hugsað tær at verið við, kanst tú skriva til okkara á gransking@gransking.fo ella ringja á +298 567800

www.gransking.fo

11


síða

12

Fakta Navn: Gunnvør á Norði Útbúgving: Lívfrøðingur, ph.d. Aldur: 36 ár Samlivandi og eigur trý børn, 4, 9, og 16 ár Arbeiði: Granskari hjá P/F Fiskaaling við Áir og á Havstovuni. Navn: Katrin á Norði Aldur: 33 ár Útbúgving: Lívfrøðingur ph.d. Samlivandi og eigur 3 børn, 2, 7 og 11 ár Starv: Hevur søkt um fígging til framhaldandi gransking innan metan oxidation í vøtnum Mynd: Leif Láadal. Frá vinstru: Gunnvør á Norði og Katrin á Norði

Hava yvirgivið seg til lívfrøðina Tað, sum á barnaárum var rokaligt, skitnir fingrar, forvitni og spæl, er nú gransking fyri systrarnar Gunnvør og Katrin á Norði. Báðar eru tær ph.d í lívfrøði. Gunnvør starvast hjá Fiskaaling, og yngra systirin Katrin hevur júst vart sína ph.d ritgerð í Danmark.

Orð: Hans Egholm Úti á Havstovuni í Nóatúni í Havn spáka systrarnar 36 ára gamla Gunn­vør og 33 ára Katrin á Norði. Tær hava valt at brúka nakað av tíð saman hendan síðsta dagin, áðrenn Katrin fer av land­ inum. Hon er búsitandi í Odense. Trý ár eru ímillum tær, og hava tær líka frá barnaárum verið tætt knýtt­ar at hvørj­ari aðrari. Hóast tað nívir tær, at skilnaður nú er veruleiki, so er lyndið lætt. Tær smílast og hugna sær við at minn­ast á gamlar dagar og eru eydn­uríkar yvir at hava gjøgn­um­ ført somu útbúgving. Í dag starv­ ast Gunnvør sum gransk­ ari hjá Fiska­aling og á Havstovuni. Katrin vónar, at hennara um­ sókn um peningaligan stuðul til víð­ ari gransking verður gingin á møti. Hon kundi hugsað sær at granskað í nøkur ár afturat, áðrenn hon fær sær starv í privatu vinn­uni í Danmark.

Fingu gott í beinini Tær vuksu upp á Húsanesvegi,

ovar­ laga í Miðvági, og líka so langt aftur sum tær minnast, vóru tær altíð við, tá eitthvørt skuldi gerast. Tær luttóku í øllum tí ger­ andis­liga, og spæl og forvitni var sjálvandi eisini ein týdningarmikil partur. Tær hyggja uppá hvørja aðra og smíl­ ast. Tað tykist sum tær kenna týdningin av hvørjari ein­ astu rørslu hjá hvørjari aðrari. Okk­urt duldarfult fjalir seg í and­ lits­­bráum teirra. Tær eru samdar um, at barna­ árini vóru týdningarmikil og iva­ leyst hava verið viðvirkandi fyri teirri útbúgving báðar hava í dag. Stóra­systirin Gunnvør er ikki í iva. „Vit báðar vóru nógv saman sum børn, og vit spældu nógv úti. Sjálv havi eg altíð undrast, og eg brúkti nógva tíð til at undrast. Mær dámdi væl at kanna ymiskt í náttúruni. Eg kundi til dømis sita í tímar og hyggja at, føla og pilka við eitt grasstrá“, sigur Gunnvør og hyggur at lítlusystrini, ið nikkar samd. „Gunnvør var tann meira eks­ peri­ment­erandi av okkum, og eg gjørdi bara sum stórasystir gjørdi.

Vis ti tú, at ?!

a í Føroyum, Um 50 sløg av fuglum eig har tað av hesum eru tað 5 sløg, r eru fleiri enn 100.000 pø

Eg minnist blómurnar omma hevði í sínum urtagarði. Tær fingu ikki frið. Tær vórðu kann­ aðar í minstu smálutir og síðan skurð­ við­gjørdar, og partar fluttir yvir til aðrar blómur. Okkum dámdi at síggja tað stóra í tí smáa.“

Lívfrøði Gunnvør heldur ikki, at hon mið­ víst fór eftir at gerast lívfrøðingur, men tað hevur altíð bara verið har. Ein heilt náttúruligur partur fyri hana. Henni dámdi væl læru­ grein­ina í studentaskúlanum, og tá hon so hoyrdi, at Fróð­skap­ arsetrið fór at taka næmingar inn í lív­ frøði, søkti hon. Tá yvirgav hon seg til lívfrøðina og kundi ikki steðga aftur. Hon fekk áhuga í smá­veru­vistfrøðini. Katrin gekk í Hoydølum, tá Gunnvør var á Fróðskap­ar­setr­ inum, og hon er ikki í iva um, at stóra­ systirin gav henni íblástur og var hennara fyrimynd. „Eg eri lítlasystir, og tá er lætt at hyggja at, hvussu stórasystir hevur gjørt. Tí hevur tað kenst lætt fyri meg bara at fylgja aftaná. Hvat ger hon, so geri eg bara tað sama“, sigur Katrin við einum skálka­brosi. Hon avgjørdi at lesa lívfrøði í Aarhus. Seinasta árið av kandidat­ út­ búgv­ ingini hjá Gunnvør skuldi tak­ast í Danmark, og hon valdi tá at lesa í Aarhus. Tá hjálpti Katrin

Føroya Fornminnissavn hevur upp í móti 130.000 myndir í varðveitslu, av hesum er umleið helmingurin skannaður. Umleið 10.000 myndir eru tøkar á savn.fo

henni at koma til rættis í stór­ býnum.

Ph.d systrar Ritgerðin hjá Gunnvør var um tey árin, alibrúkini hava á umhvørvið, enska heitið á verkætlanini er: „Impact of organic enrichment on the sediment biogeochemistry and overlying water quality in rela­tion to fish farms in Faroese fjords“. Í ritgerðini varð kannað, hvat hendi við fóðrinum, sum var latið í aliringarnar. Hvussu nógv fór til vøkstur hjá fiskinum, hvussu nógv fór til metabolismu hjá fiskinum, hvussu nógv var latið út sum ammonium, og ávirkaði hetta gróð­ urin í fjørðinum. Serligur dentur var lagdur á, hvussu nógv end­aði á botninum sum fóður og skarn, og hvørji árin hetta hevði á botnin. Granskingin hjá Gunnvør er nú at hyggja nærri at, hvussu alda hjálpir til at reinsa botnin undir alibrúkunum. Eisini er hon við í granskingartoymi fyri Hav­ stov­ una, ið nevnist „Pelagic benthic coupling on the Faroe shelf“. Endamálið er at kannað, hvussu lívið á botninum á før­ oyska landgrunninum er tengt at gróðrinum (plantuætinum) í sjón­ um Ritgerðin hjá Katrin var um bak­teriur, sum gera metan til CO2 í umhvørvum, har einki oxygen

r 100.000 ymiska Tað eru næstan ókasavninum, bøkur á Landsb í ntøkum, sum onkur í fleiri ei á r ku bø 0 165.00 alt eru umleið n en ri ei fl t fram savninum, um e-bøkur. 00 .0 70

er til staðar, og soleiðis kunnu minka um vakstrarhúsárinini. Á enskum nevnist ritgerðin „Anaerobic Oxidation of Methane in freshwater sediment“. Metan er eitt vakstrarhúsgass, sum er 21 ferðir sterkari enn CO2, sum er tað vakstrarhúsgassið flestu av okkum kenna til. Á sama hátt sum nøgdin av CO2 í atmos­feruni er økt munandi, er nøgdin av metan eisini fleirfaldað tey seinastu 200 árini. Hesar bakteriur finnast í havbotninum, har tær taka burtur 90% av øllum metan­ inum, sum verður gjørt í sjálv­ um botninum. Sjálvt um havið hylur næstan 75% av allari jørð­ini, stava bert 2% av øllum met­an­inum í atmosferuni frá hav­ inum. Í feskvatni verður nógvar ferðir meira metan gjørt, og uml. 30% av øllum metan­inum í atmos­feruni stavar frá fesk­vatns­ økjum. Nógv av hennara úrslitum eru rætti­ liga slóðbrótandi, og hon hevur nú søkt um fígging til at granska víðari innan sama øki.

Tað eru skrásett 284 sløg av vespum í Føroyum


síða

13 Fakta Navn: Shahin Gaini Aldur: 41 ár Útbúgving: serlækni intern medisin og infektiónsmedisin. ph.d Samlivandi og eigur trý børn, aldur 10 mán., 10 og 13 ár Arbeiði: Yvirlækni, granskingarleiðari á Medisinsku deild á Landssjúkrahúsinum. Navn: Firouz Gaini Aldur: 40 ár Útbúgving: Antropologur við hjágreinunum geografi og søga, ph.d Giftur og eigur tvey børn, aldur 1 og 12 ár Arbeiði: Lektari á Læraraskúlanum á Fróðskaparsetri Føroya Mynd: Leif Láadal. Frá vinstru: Shahin Gaini og Firouz Gaini

Hvør sín veg við ph.d. Brøðurnir Firouz og Shahin Gaini vóru tvey og trý ára gamlir, tá teir fluttu úr persiska høvuðsstaðnum Teheran. Barna- og ungdómsárini vóru í Oslo og fyri ein part í Føroyum. Sum børn tosaðu teir franskt, norskt og føroyskt. Á lívsleiðini at nema sær vitan, krossaðust vegir teirra, fyri síðan aftur at skiljast. Nú eru báðir búsitandi í Føroyum, og báðir eru teir ph.d Orð: Hans Egholm Faðir og móðir teirra, Hossein Gaini úr Persia og Lív Joensen, dóttir Sigurð Joensen, hittust í Frak­ landi. Tey blivu par, giftust og búsettu seg í nøkur ár í heim­ landi hansara, nú Iran. Har var ein vaksandi ónøgd við stýrið í land­ in­um, og Hossein og Lív valdu at flyta til Noregs. Hann fekk starv sum tekniskur teknari, og Lív helt fram við síni útbúgving innan franskt og enskt mál. Hetta var í 1974, og við sær til Noregs høvdu tey dreingirnar Shahin og Firouz.

Til Føroya Bert 15 mánaðir eru ímillum brøð­ ur­nar, og tá teir vóru smádreingir, vóru fleiri ið hildu teir vera tví­ burð­­ ar. Teir líktust, og klæðini vóru eisini mangan eins. Teir vóru tætt knýttir, og sást tú annan teirra, so var hin í eygsjón. Teir fullu væl til í Noregi og byrjaðu barna­skúlan har. Familjan, serliga mamman, dreing­irnir og lítlasystirin, vitjaði

hvørt summar í Føroyum. Mið­ skeið­ is í norsku skúlagongdini fluttu tey til Føroya. Mamman fekk starv sum lærarinna, og soleiðis komu børnini partvíst at vaksa upp í Føroyum, eitt ár í Klaksvík og 2½ ár í Havn. Tey fluttu aftur til Noregs, og børnini hildu áfram í fólka­ skúlanum har. Tá Shahin byrjaði á studentaskúlanum í Oslo, valdi Firouz at fara til Føroyar at taka 10.flokk og student.

Medisin í Danmark Shahin hevði ongar ætlanir at fara til Føroya. „Eg tímdi ikki at broyta góðu skúla­ gongdina hjá mær, so eg valdi at blíva verandi. Eg hevði fingið áhuga í bioteknologi, so eg gekk við tonkunum um at lesa okkurt tann vegin, ella kanska sivilverkfrøði ella alisfrøði, sigur Shahin og greiðir frá, at hann eisini hevði hug at gerast lækni. Trupul­leikin var bara, at tað var sera torført at koma inn ígjøgnum

Vis ti tú, at ?!

m á reyðlista Tað eru 74 sløg av plantu at tær eru í Føroyum. Tað merkir, út. í vanda fyri at doyggja

nálareygað á teimum vældámdu lestrarstøðunum í Noreg. „Tað var mest sum var av tilvild, at eg fór at lesa medisin í Keyp­mannahavn. Eg kom í sam­ band við eini norsk-føroysk hjún, ið høvdu tveir synir í Keyp­manna­ havn. Tey mintu meg á møgu­ leikan sum føroyingur at søkja í Dan­mark“, sigur Shahin, ið tykist at hava skund. Hann tosar skjótt, men greitt.

Fór allan vegin Í 1998 bleiv Shahin liðugur við sína útbúgving sum lækni. Hann bleiv verandi í Danmark og fekk starv sum hjálparlækni og kom í turnus á sjúkrahúsinum í Nak­ skov. Sum lækni við autori­sa­tión byrjaði Shahin á uni­ versitets­ sjúkra­­ húsinum í Odense, har hann starvaðist í trý ár sum lækni. Tað var eisini har hann í árun­um 2003 til 2011 gjørdist ser­lækni og ph.d. innan intern- og infektións­ medisin. Sama ár fekk hann starv sum medisinskur yvirlækni á Lands­sjúkrahúsinum.

Hægri lestur Firouz Gaini kom sum ungur at verða nógv í Føroyum. Hann búði hjá abbanum, og nógvu vin­fólkini gjørdu sítt til, at hann treivst og føldi seg væl í Føroyum. Hann valdi mate­­matisku samfelagslinj­ una í studenta­skúlanum. Honum

ta Síðan tann fyrs 22, 18 í út bókin kom 0 00 6. r eru góða í út r na bøkur kom . m Føroyu

dámdi samfelagsviðurskifti í breið­­ari merking, men eisini søga hug­tók hann. „Eg visti, at eg skuldi hava eina hægri útbúgving, men eg visti ikki hvat. Tað skuldi verða okkurt inn­ an samfelagsviðurskifti“, kemur frá Firouz, sum minnist afturá, at geografi eisini tá hevði eina ávísa raðfesting. Eftir lokið studentsprógv helt Firouz áfram at lesa. Hann kom inn á universitetið í Oslo. Hann fekk áhuga í náttúru- og ment­ an­argeografi, har ser­ligur dentur var lagdur á tann samfelagsliga part­ in. Grundútbúgvingin hevði støði í tí hugvísindaliga, um hvat er vísindi, og hvat er heimspeki. Ein part av sínari útbúgving valdi hann sum sjálvlestur, og tað tíðarskeiðið var hann búsitandi í Føroyum.

Hug at hitta fólk Tá Firouz var blivin cand.mag í antropologi í Noregi, valdi hann at royna aðrar leiðir. Ì danska høvuðs­ staðnum búðu systkini hjá hon­um og eisini nógv vinfólk. Københavns Universitet bar orð fyri at hava eina góða master­ út­búgving í antropologi, og tað tiltalaði Firouz. Høvuðsuppgávan kravdi eitt ávíst feltarbeiði. Hann avgjørdi at granska í identitetum hjá minnilutabólkum, sonevndum „2. generatións“ innvandrarum. „Eg valdi at fara til Nice í Frak­

Sóknarstýrið í Klaksvík (Norðuri í Vági) brúkti kr. 17,24 uppá viðlíkahald av vegnum millum Myrkjan oyri og Biskopstø í 1876

landi, teir býarpartar í Nice, har turistar ikki vanliga koma. Har kom eg í samband við nógv fólk frá Norðurafrika. Tað var sera áhugavert og læruríkt at tosa við tey og eygleiða, serliga unga ættarliðið. Eg var har í tríggjar mán­ aðir“, sigur Firouz og var glaður, tá uppgávan var liðug.

Frá skrivara til Ph.D Firouz hevði fingið nokk av skúla­­ gongd og vildi royna sína út­­búgv­­ing í einum starvi, men tað var torført at fáa tílík størv. Í 2001 fekk hann eitt skrivarastarv á Fróð­skaparsetrinum. Har kom hann í samband við vísindafólk, ið eggjaðu honum at søkja stuðul til eina ph.d.verkætlan, men hann var ikki vónríkur. Hann vildi granska føroysku ung­ dóms­mentanina. Eitt órørt evni í granskingarhøpi. „Eg føldi meg ógvuliga hepnan og priviligeraðan at fáa gransk­ ing­arumsóknina góð­kenda. Tað var ógvuliga áhuga­vert at fara í gongd við. Tað var fantastiskt“, sigur Firouz, ið vardi ritgerðina í 2007. Í dag undirvísir Firouz Gaini á Fróðskaparsetrinum og granskar eisini ungdómsmentan og støð­ una hjá børnum í Føroyum. Talan er um eina prosess, har hann alla tíðina finnur nýggjar spurningar og nýggjar vinklar.

gið 146 føroyingar hava fin D staðfest sjúkuna CT (carnitine transporter deficiency). Mett verður, at umleið 1 av 10 føroyingum eru berarar.


síða

14

Fakta Navn: Leivur Janus Hansen Útbúgving: Lívfrøðingur Aldur: 37 ár Ph.d. lesandi á Háskóla Íslands, deildarleiðari á Náttúrugripasavninum Granskar ryggleys dýr (makro invertebratar) í áum í Føroyum. SEV hevur fíggjað granskingina.

Mynd: Leif Láadal

Lítil og eingin munur á arbeiði og frítíð Tað, at Janus Hansen bleiv lívfrøðingur, var als einki sjokk fyri nakran. Fólk høvdu ivaleyst blivið meira sjokkerað, um hann ikki bleiv tað. Í dag arbeiðir hann við at granska náttúruna, bæði tá hann er til arbeiðis og hevur frí. Orð: Leif Láadal Er títt arbeiði eisini tín hobby? Spurningurin verður hangandi eina løtu. Janus Hansen tekur høgru hond upp undir kinn, og so svarar hann: „Seinasta sunnudag var so deiligt veður, so tað endaði enn einaferð við, at eg fór ein túr útum við eitt sindur av útgerð. Hesaferð gekk leiðan oman í fjøruna, men sum oftast endi eg meira ovarlaga“. Og soleiðis hevur tað verið, síðani Janus var smádrongur. Longu í barnaskúlanum kveiktist ein brennandi áhugi fyri náttúruni. Ein av lærarunum tók ofta børnini við út í hagan ella oman í fjøruna, og hann dugdi væl at greiða frá tí, sum har var at síggja. Ein mostir dugdi eisini væl

at siga frá, tá tey vóru túrar, men serliga ein persónur hevur vakt henda brennandi náttúruáhugan hjá Janusi. „Eg hevði ein mammubeiggja, sum átti fitt av jørð, og eg var so mikið heppin at sleppa at vera eitt sindur uppi í frá barnsbeini. Vit vóru nógvar túrar í haga, og tá hoyggjast skuldi, var eg altíð við. Serliga hesar løtur hava gjørt, at leiðin fram ímóti lívfrøðini kom natúrliga“, sigur Janus Hansen, og eyguni tykjast eitt sindur droymandi, eins og er hann aftur í bønum saman við mammubeiggjanum og hinum.

Larvur og flugur Alt lívið hjá Janusi er í dag ein stór granskingarferð í náttúruni – tó bert tað, sum er omanfyri

Vis ti tú, at ?!

í Løgtinginum Fyrsta kvinnan tók sæti elsen, sum mu Sa í 1964. Tað var Malla isflokkin. týr lvs var varafólk fyri Sjá ru valdar vó m su Fyrstu kvinnurnar, nriksen He a Jon sum tinglimir, vóru 1978. í r va tað og Karin Kjølbro,

havið, sum hann sigur. Tá vit tosa ítøkiliga um ph.d. gransking hansara, so er hendan avmarkað til størri ryggleysingar í føroyskum áum. Og fyri tað mesta eru tað mýggjabitalarvur og sonevndar várflugur, ið verða savnaðar inn og lagdar undir sjóneykuna. Áirnar í Føroyum eru stuttar, upplandið er lítið, og um summarið torna tær ofta út. Hetta hevur við sær, at lívið í áunum skal laga seg eftir hesum umstøðum. Og tá tú hevur so serstakar umstøður sum tær í føroysku áunum, so verða altjóða eygu eisini vend hendan vegin, tá granskað verður. Útlendingar halda, at tað er spennandi, at føroyingar nú fara at finna útav, hvussu ein lítil á, sum javnan tornar út, livir, í mun til tær størru og heilt stóru áirnar í grannalondum okkara og longri úti í heimi. „Vit kunnu ímynda okkum, at ein vera, sum livir í eini á, sum tornar út, mennir betri flúgv­ i­ eginleikar, enn sama vera ger í eini á, sum altíð hevur nógv

Tað finnast hagtøl fyri grindadráp aftur til 158 4, hesi eru fullfíggjaði frá 1709 og til í dag

vatn. Tann veran í stóru ánni vil kanska menna betri eginleikar til at verja seg og til at berjast fyri lendinum“, sigur Janus og vísir á, at tað eru slíkir spurningar, sum skulu kortleggjast í gransking hansara.

SEV fíggjar Hví tað er neyðugt at kanna larvur og flugur í føroyskum áum, kann kanska tykjast eitt sindur „nørdasligt“, men tað er Nátt­ úrugripasavnið, sum hevur biðið um hesa gransking, og SEV hevur fíggjað stóran part av ph.d. verkætlanini hjá Janusi. Nógv hevur verið frammi um at taka áir til streym í Føroyum, og við granskingini hjá Janusi fáast neyvar lívfrøðiligar upplýsingar at taka støðu út frá. Granskingin hjá Janusi kann kanska koma at vísa á, at tað er best at taka ein part av vatninum úr hvørjari á, og so lata restina renna alt árið. Ella kann hon enda við at staðfesta, at tað einki bilar, um mann tekur alt vatnið, bara

øddu Føroyingar atkv sku di in ímóti, at Vest du ul sk oyggjarnar 16 19 seljast í

16 føroyingar hava fingið staðfest sjúkuna GSD3a se). (glycogen storage disea eru um ing oy før Umleið 1 av 30 ar. rar be

tað sleppur at renna eitt sindur, tá tað er áarføri. Nú fáa vit at síggja. Janus er endaður á røttu rók, tað er einki at ivast í. Vit hava tosað í ein lítlan tíma, og eg havi fingið at vita eina rúgvu um føroysku náttúruna, sum eg als ikki visti frammanundan. Á veg út koma enn fleiri spennandi upplýsingar. Janus steðgar í trappuni og spyr, um eg veit, hvussu nógv sløg av vespum eru í Føroyum. „Tvey“, svari eg og havi bestan hug at siga eitt. Janus smílist, og svarar: „Tað eru yvir 250 sløg av vespum skrásettar í Føroyum. Tey tvey sløgini eru tær nýggju, sum eru komnar til landið seinnu árini, meðan nærum øll hini sløgini eru sonevndar snultivespur, sum klára seg við at víggja í ormverum hjá øðrum skordýrum. Har inni klekjast eggini og eta síðani ormin upp innanífrá, til snultivespan er klár at fara á flog“, fortelur Janus, og eg síggi bæði Alien og aðrar ræðufilmar fyri mær.

Tað eru stívliga 2.100 spolabond og eini 100 kassettubond í bandasavninum á Føroyamálsdeild ini. Spolabondini eru í miðal ein tíma til longdar. Bondini eru øll telduskráse tt, so hvørt tey eru upptikin, og innihald ið skipað í evnisbólkar. Upptøkurnar umboða meginpartin av føroyskum bygdamálum.


síða

15

Hegni krevst fyri at lýsa tað samansetta einfalt Almenn og skipað miðling av gransking og granskingarúrslitum er lykilin til almennu fatanina av gransking og av nyttuni, sum granskingin hevur fyri okkara gerandisdag. Men tað er ikki bara at siga tað at greiða leikfólki frá, hvat granskingin snýr seg um, og hvat hon vísir. Ofta eru viðurskiftini fløkt og samansett, og tíðin at greiða frá rættiliga avmarkað.

Orð: Annika Sølvará Hegni at miðla gransking, er ein dygd, sum vit í Gransk­ingar­ráð­ num fegin vilja verða við til at varpa ljós á og heiðra. Vit fara á Vísinda­vøkuni at heiðra eitt fólk, sum hevur dugað serliga væl at miðla granskingarúrslit, hevur víst á týdningin av gransking ella á annan hátt varpað ljós á nyttuna av vísindum. Talan kann verða um granskara, miðla­ fólk ella annan, sum á greið­ an og lætt skiljandi hátt hevur lýst granskingarúrslit og víst ávirkanina og týdningin av hes­ um í okkara gerandisdegi. Hetta kann vera í útvarps- ella sjón­varps­sendingum, í greinum, fyri­lestr­um, bókum, plakatum ella øðrum. Granskarar verða oftast mettir eftir, hvussu dugnaligir teir eru at miðla vísindaliga gransking,

og hetta er sjálvsagt sera týdn­ ingar­mikil partur av teirra starvi. Sam­ stundis er tað tó greitt, at hendan miðlingin ofta er til aðrar granskarar og ikki til almenningin. Tí er eisini neyðugt at kunna meira alment um gransking og gransk­­ingarúrslit. Tað er ikki altíð lætt, tá evnir ofta eru bæði um­ fatandi og torskild. Tað skulu tí serligir førleikar og hegni til at miðla alment. Vit bóðu fyrr í summar um upp­ skot til, hvør í Føroyum er serliga dugna­ ligur á hesum øki. Fleiri sera góð boð eru komin inn. Ein dómsnevnd við umboðum frá felagnum Føroysk Miðlafólk, Fróð­skap­arsetrinum og Gransk­ ing­ ar­ ráðnum fer at finna besta boðið millum innkomnu upp­ skotini. Vinnarin verður kosin á Vísinda­­vøkuni, fríggjakvøldið 28. sep­tember. Við heiðrinum fylgir ein samsýning uppá 5.000 kr.

Dómsnevndin fer at meta inn­ komnu uppskotini út frá hesum evnum: • Miðling á einum høgum stigi til ein breiðan skara Evnini at fanga fólk uttan fyri granskingarheimin og samstundis at varðveita eitt høgt fakligt stig innan gransking eins og miðling. • Íkast til at økja um fatanina av gransking fyri samfelagið Evnini til við greiðari miðling at økja um fatanina av týdningi av gransking fyri samfelagið. • Fangandi og kjakkveikjandi miðling Evnini til at miðla á ein fang­ andi og kjakkveikjandi hátt og harvið verða við at byggja brýr millum vísindaliga heimin og hin partin av samfelagnum.

Filmur skal kveikja áhuga hjá ungum Orð: Annika Sølvará Tað hevur stóran týdning at vísa ungum fólki, at gransking er áhugaverd og at tað er ein møgulig starvsleið fyri tey. Hesin bólkurin er ikki serliga lættur at raka við vanligu granskingartiltøkunum, sum eru bøkur, greinir og fyrilestrar. Ein miðil, sum er hinvegin riggar væl til hendan aldursbólkin, er filmur. Tí gjørdi Granskingarráðið av at skriva út eina filmskapping í sambandi við Vísindavøku 2012. Endamálið er at fáa til vega tilfar, sum er nýtt, stuttligt, áhugavert og føroyskt. Granskingarráðið bjóðaði øllum at luttaka í filmskappingini, og kravið var einfalt. Talan skuldi vera um stuttfilm, sum luttakarin sjálvur hevur gjørt, og sum snýr seg um gransking. Hvat er gransking? Hvussu verður granskað? Hvat verður granskað? Hvussu ímyndar tú tær ein granskara, sum er til arbeiðis í Føroyum? Hvør filmur skuldi verða millum 1 og 4 minuttir til longdar og kunna nýtast til at marknaðarføra gransking til almenningin. Tá freistin var farin 3. september vóru bara fáir filmar komnir, so gjørt var av at leingja hana til 20. september. Ein dómsnevnd við ser­frøðingum innan filmslist, gransking og marknaðarføring arbeiðir nú við at velja út bestu filmarnar og finna vinnaran. Filmarnir verða vístir á Vísindavøkuni 2012, ið verður í Öström 27. og 28. september. Um tað koma fleiri enn 5 filmar, verða 5 teir bestu vístir. Vinnarin verður kosin á kvøldsetuni fríggjakvøldið 28. september. Høvuðsvinningurin er 5.000 kr. Hinir filmarnir, sum verða valdir út, fáa smærri vinningar.

Umhvørvisstovan er stovnur undir Inn­ lendis­­málaráðnum, sum fevnir um virkis­­­ økini Vernd, Matrikul, Kort & Skráir, Gransk­ ing, Skógrøkt, Tinglýsing, Lands­fólka­­yvirlit og Útlendingastovu. Umhvørvisstovan er ein virkin partur í sam­ felagnum og hevur starvsfólk inn­an ymisku ábyrgdar- og virkisøkini á stovn­ inum. Førleikarnir hjá starvs­fólk­un­um spenna vítt. Á stovninum starvast eini 45 starvsfólk við fleiri enn 20 ymiskum útbúgv­­ingum. Ein týðandi partur av virk­sem­in­um er at spjaða kunning til almenn­ingin, myndugleikar og onnur áhugaði. Maria Dam, leiðari fyri Gransking „Livandi veiðumentanin í Føroyum gevur okkum serstakiliga góðar møguleikar at kanna, hvussu dálkingarevni spjaðast í havinum, í luftini og upp gjøgnum føðiketuna, og hvørjar avleiðingar dálkingarevnini hava á fisk, hval og fugl.“

Virkisøkið Gransking tryggjar stovninum grund­leggjandi vitan innan ávís øki, serliga innan umhvørvisøkið. Uppgávan er at granska í føroyska umhvørvinum, serliga

við atliti til mannaelvdar broytingar og árin av dálking og inntrivum. Eftir avtalu ger granskingardeildin árinsog støðiskanningar og aðrar ser­ stakar kanningar umbidnar av lands­ stýrinum, kommununum, danska um­hvørvis­stýrinum og øðrum pørtum. Arbeiðið hjá Gransking fevnir annars um: • Gera og fremja ætlanir fyri eftiransing av umhvørvisdálkandi evnum • Ráðgeva um dálking og árin • Gera árins- og støðiskanningar • Granska í útbreiðsluni av umhvørvis­ eitrandi evnum og árinum av hesum • Taka lut í altjóða og norðurlendskum samstarvi • Vegleiða í sambandi við bachelor, cand. scient og ph.d. verkætlanir • Gera kunning um granskingarúrslit

Stjóri: Jóhanna Olsen  ·  Adressa: Traðargøta 38, 165 Argir  ·  Telefon/fax: +298 342 400 / 342 401  ·  Teldupostur: us@us.fo  ·  Heimasíða: www.us.fo Høvuðsgranskingarøki: Dálking og árin av hesum, serliga á grindahvali og sjófugli  ·  Vísindastørv (ársverk): uml. 3


síða

16

Fakta

Navn: Marita Debess Magnussen Útbúgving: Medisinskur mikrobiologur Aldur: 37 ár Tvey børn, 2 og 6 ár Ph.d. lesandi á Háskóla Íslands, arbeiðir á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni

Mynd: Leif Láadal

Gransking, sum fer at bøta um lívsgóðskuna Ein spurningur, sum javnan er frammi, tá vit tosa um gransking, er nytta. Hvat skulu vit brúka hesa nýggju vitan til, og verður samfelagið betri av, at vit brúka pengar upp á slíkt arbeiði? Í førinum hjá Maritu Debess Magnussen ber til at siga, at hennara gransking fer at hava við sær, at summi fólk fara at fáa eitt betri lív. Orð: Leif Láadal Tá Marita Debess Magnussen, medi­sinsk­ur mikrobiologur, er liðug við ph.d-ritgerð sína um eitt ár, fara partar av henni væntandi at verða brúktir beinleiðis í við­ gerð­ ini av ávísum sjúklingum í Føroy­ um. Kommunulæknar eru sera áhugaðir í at síggja, hvussu mót­ støðu­ føri fyri penisilini og øðr­ um anti­ biotika er, tí higartil hev­ur eingin savnað hesa vitan í Før­oyum. Tá vitanin er atkomulig,

kunnu kommunulæknarnir til dømis bøta um viðgerðina av sjúk­lingum sínum, so tað slepst undan longum kurum við anti­ bio­ tika til tey, ið ikki kunnu lekjast á hendan hátt. Eitt nú kvinn­ur, sum ganga við kronisk­ um bløðru­ bruna og fáa anti­ biot­ ika , sum ikki riggar. Hetta fer at bera til, tí Marita er í ferð við at kortleggja tað resistenta mynstrið í landinum, eins og hon saman­ber føroysku tølini við tvey grannalond.

Av tilvild At Marita skuldi blíva mikro­bio­ logur var fullkomiliga av tilvild. Hon fór bara í holt við okkurt, tí hon í veruleikanum ikki tímdi at ganga í skúla, men hon visti, at ein ella onnur útbúgving mátti til, um hon skuldi kunna fáa eitt líkinda starv í framtíðini. Ein heldur øðrvísi lestrarleið byrj­aði við FHS, síðani háskúla og so student. Tá tað var av, lærdi Marita til laborant, arbeiddi síðani við hesi útbúgving nøkur ár, og fór so at lesa á universiteti – fyrst í Danmark, síðani í Føroyum við einum avstikkara til Íslands, og at enda gjørdi hon seg lidna sum mikrobiologur í London í 2005. At Marita skuldi gerast gransk­ ari var eisini eitt sindur av tilvild, tí hon datt framá, at eingin vitan

Jana Ólavsdóttir, granskari: „Oljan er har! Vit skulu bara finna hana. Og tá fáa Føroyar eitt bein aftur­at at standa á.“

var um mótstøðuføri av anti­biot­ ika í Føroyum. Hon fekk síðani orð á ein, sum kundi vera veg­ leiðari, og so varð søkt eftir peng­ um, ið vórðu játtaðir. Tað lá eing­ in beinleiðis ætlan ella strat­egi aftan­ fyri, men heldur eitt sunt for­vitni.

Tøl frá trimum londum Í stuttum snýr granskingin hjá Maritu seg um mótstøðuføri fyri anti­biotika í føroyska sam­felag­ num. Antibiotika verður eisini rópt „bakteriutýnari“. Úrslitini verða savnað og viðgjørd og har­ aftur­at saman­borin við líknandi gransk­ing og tøl í Íslandi og Dan­ mark. Granskingin hjá Maritu er býtt í ymsar partar. Fyrst verður hugt at nýtsluni av antibiotika í Føroy­ um út frá hagtølum, sum

Jarðfeingi granskar og fyrisitur landsins jarðfeingi. Hetta fevnir um jarðvísindi á landi og sjógvi í Føroyum, og herundir leiting eftir kolvetni og menning av nýtslu av varandi orkukeldum. Endamálið hjá Jarðfeingi er at granska, so vit fáa til vega kunnleika um jarðvísindi í før­oyska økinum á landi, í luftini, á hav­ botn­ inum og í undirgrundini. Vitanin er neyðug í fyrisiting og í sambandi við ráð­ geving og kunning um, hvussu Før­ oyar skila­gott gagnnýta og varðveita hesi náttúru­­virði. Ofta er talan um stór øki ella ávísa serfrøði, og slíkt arbeiði krevur vítt netverk við samstarvsfelagar úr nógvum ymsum londum. Jarðfeingi fyrisitur lóg­gáv­una inn­an

Lands­apotek­arin hevur. Hesi tøl verða saman­ borin við nýtsluna hjá íslend­ ingum og dønum. Har­afturat eru royndir tiknar av føroysk­um barnagarðsbørnum tríggj­ ar teir seinastu vetrarnar fyri at leita eftir bakteriuni Strep­ tococcus pneumoniae, ið gevur millum­oyrabruna. Við hesi vitan hevur so verið kannað, hvussu mót­ støðu­ førismystrið er í mun til hvat slag av antibiotika, sum hevur verið nýtt. Tað er nevni­liga bein­leiðis samband millum mót­ støðu­ føri og mongd av nýtslu av anti­ biotika. Eisini hava 12 kommunu­læknar savnað upp­lýs­ ing­ar inn í sambandi við tvey sløg av bruna, sum verða við­ gjørd­ ir við antibiotika. Hesar roynd­ ir eru tiknar seinastu tvey árini. Allar hesar upplýsingar verða viðgjørdar, settar í skipan og

leiting eftir og fram­leiðslu av kolvetnum. Hetta merkir, at stovn­urin ráð­gevur lands­­ stýris­mann­inum og almennum stovn­­um um kol­vetni. Jarðfeingi fyrisi­tur el­veit­­ing­ ar­lógina og veitir ráð­gev­ing í orku­­spurn­­ ingum. Jarðfeingi er tjóðsavn innan jarð­vísindi. Hetta hevur við sær, at steinar, grót og kjarnar frá m.a. oljuleiting byggja upp søvnini á Jarðfeingi. Hetta rúgvismikla tilfar er karmur um jarðvísindaligar fram­ sýn­ ingar og undirvísing, sum stovn­ urin skipar fyri á hvørjum ári. Jarðfeingi hevur jarð­vísinda­ligar fram­sýningar sam­an við Náttúru­gripa­savninum og lut­tekur við jarð­­vísindaligum átøkum á eitt nú savns­ fagnaði, vísindavøku og mentanar­nátt.

Stjóri: Petur Joensen  ·  Adressa: Brekkutún 1, 100 Tórshavn  ·  Telefon/telefax: +298 357000 / 357001  ·  Teldupostur: jardfeingi@jardfeingi.fo  ·  Heimasíða:www.jardfeingi.fo Høvuðsgranskingarøki: jarðvísindi, herundir m.a. jarðfrøði, jarðalisfrøði, náttúrulandafrøði, jarðvandar, varandi orka  ·  Vísindastørv (ársverk): 15


síða

saman­bornar við mynstrini í oman­fyri­nevndu londum.

Nýtslan stendur í stað Samanberingarnar hjá Maritu í teim­ um trimum londunum vísa, at íslendingar seinnu árini hava brúkt mest av antio­biotika, nýtsl­an í Føroy­ um hevur hetta tíðar­ skeið verið rættiliga støðug, meðan hon í Danmark hevur verið vaksandi. Bæði í Íslandi og Danmark eru altso broytingar hendar. Nýtslan í Íslandi er lutfals­ liga stór, men hon er minkandi, með­ an hon í Danmark hevur verið vaks­ andi. Marita heldur, at orsøkin til hetta er, at danir ikki hava havt stór­vegis trupul­leikar av mót­støðu­før­inum, og tí hava økt um nýtsluna, meðan íslend­ing­ar eru varir við vaks­ andi mótstøðu­føri, og tí hava sett tiltøk í verk fyri at minka um nýtsluna. Í Føroyum er ikki hent tað stóra, tí vit hava higartil manglað vitan um mót­støðuføri. Men tað er hendan vitan, sum Marita nú hevur savnað og er í ferð við at viðgera, og tað er nokk einki at ivast í, at vitanin fer at hava ávirkan á nýtsl­una og manna­gongdir í sambandi við antibiotika í Føroyum í fram­tíð­ini. Í hvussu so er, so hevur Marita Debess Magnussen havt fleiri fundir við føroyskar kommunu­lækn­ ar, sum tykjast ógvuliga áhug­ aðir í nýggju vitanini. Ein vísindalig grein hjá Maritu um antibiotikanýtslu er á hillini og verður almanna­ kunnug í næst­um, og tað líður eisini væl við øðrum pørtum. Marita skal verja ph.d-ritgerð sína í 2013.

Stuðul til gransking Hevur tú eitt hugskot til eina granskingarverkætlan, men ikki alla fíggingina? So kundi tú roynt at søkt stuðul úr Granskingargrunninum. Í besta føri fært tú peningin, sum tær tørvar. Í ringasta føri fært tú eina meting av, hvat tveir óheftir serfrøðingar halda um títt hugskot. Orð: Annika Sølvará Granskingargrunnurin hevur sein­­­astu góð 10 árini latið stuðul til fleiri enn 120 verkætlanir. Góð helvt­in av hesum eru lidnar, með­ an umleið 50 verkætlanir eru í gongd í løtuni. Løgtingið játtar á hvørjum ári pening til nýggjar verkætlanir. Gransk­­ ingarráðið lýsir eftir um­ sóknum og boðar frá, hvørjar treytir eru fyri at kunna fáa stuðul. Um­sóknirnar verða fakliga mettar av óheftum serfrøðingum. Síðani er tað Granskingarnevndin, sum ger av, hvørjar umsóknir eiga at stuðl­ast. Tað er ein umsóknarfreist um árið. Treytað av játtan á løgtings­

fíggjar­­­lógini fyri komandi ár, verður næsta um­sóknar­freistin vænt­andi 15. februar 2013, kl. 12.00 føroyska tíð. Í 2012 var játtanin til nýggjar verk­ætlanir 6,6 mió. kr.

Hvussu kanst tú søkja stuðul Mælt verður øllum, sum umhugsa at søkja, til at lesa um treytirnar fyri umsóknum og stuðli á gransk­ ing.fo. Serliga eigur at verða hugt væl at vegleiðingini til um­sóknarblaðið og at síðuni Ofta spurt, har ymiskt afturvendandi er savnað. Eisini ber til at venda sær til Granskingarráðið fyri at spyrja seg fyri um leys hugskot ella ítøkiligar ætlanir.

Vis ti tú, at ?! arennuni Gjøgnum dýpið á Bank ir rennur hvørt sekund me m su enn dupult so nógv vatn, ta allar heimsins áir fly

17

Við fyrivarnum fyri broytingum, so vera treytirnar tær somu sum í 2012 Stuðul verður latin: • føroyskum granskarum og granskaralesandi • gransking og menning á ella í tilknýti til føroyskar granskingarstovnar og vinnufyritøkur • gransking og menning, ið hava týdning í føroyskum høpi. Stuðul verður latin til ymisk sløg av verkætlanum: • Ph.D.-verkætlanir • post grad. ella post doc. verkætlanir, ið ganga um fleiri ár • smærri verkætlanir við styttri tíðarætlan • granskingarverkætlanir, sum fevna um vinnumenning og vinnugransking Tað er ein fyrimunur at: • verkætlanin fevnir um samstarv millum fleiri granskarar • verkætlanin fevnir um samstarv millum granskarar, granskingarumhvørvi og vinnuna Tað verður kravt at: • í minsta lagi 1/3 verður fíggjaður av øðrum enn Granskingargrunninum. Undantak kann tó gerast í serligum føri. • Minstamark fyri stuðli til verkætlanir er 80.000 kr. • Umsóknir skula skrivast á skandinaviskum ella enskum máli á serligt oyðublað, ið fæst á skrivstovu ráðsins og kann heintast á gransking.fo. • Gevið gætur, at umsóknir skulu sendast við telduposti. • Sí vegleiðing og nágreinilig krøv á gransking. fo á Stuðul á Umsóknarblað og vegleiðing

Útflutningsvirðið av alifiski var 1.626 mió. kr. í 2011, útflutningsvirðið av fiskavørum var 4.603 mió. kr. Til samanberingar var virðið ávikavist 473 og 3.642 mió. kr. í 2006.

600.000 Tað eru næstan savninum ða orðaseðlar í or ini, flestu ld ei á Føroyamálsd nd. skrivaðir við ho

Deildin fyri Arbeiðsog Almannaheilsu Granskingarøkini á deildini eru hesi:

Pál Weihe, leiðari og yvirlækni á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu. ”Okkara gransking hevur ávíst, at alheims­dálk­ ingin hevur skatt okkara børn” Deildin fyri Arbeiðs- og Almanna­heilsu er sjálvstøðugur stovnur innan sjúkra­ hús­verkið. Ein av høvuðs­upp­gáv­unum hjá deildini er heilsufremjandi gransking, og serliga hevur verið granskað, hvussu um­hvørvis­dálking ávirkar heilsuna. Síðan deildin varð sett á stovn í 1988, er sera nógv granskingarvirksemi farið fram, og er hetta framt í tøttum samstarvi við gransk­ing­arstovnar í Danmark, USA og Japan.

1. Kanningar av føroyskum burðar­ ko­ hort­um, sum hava verið útsettar fyri umhvørvisdálking. Serliga hevur verið hugt at árinum á heila, immun- og hormonskipanina. 2. Kann­ ingar av nøringsevnunum hjá føroyingum, bæði „time to pregn­ancy” hjá kvinnum og sáð­góðsku­kanningar, har ávirkanin av dálking­ ar­ evnum verður kannað. 3. Kanningar av, hvussu um­ hvørvis­ dálking ávirkar ymiskar aldur­stengd­ ar sjúkur, td. hjarta-æðra sjúkur og Parkinsons sjúku. 4. Kanningar av, hvørt sukursjúka er tengd at umhvørvisárinum. 5. Kanningar av arbeiðsumhvørvi hjá fiski­monnum. 6. Fólkaheilsukanningar við serligum

atliti til týð­andi risikofaktorar, so sum royk­ing, alko­hol, yvir­vekt og vant­andi rørslu. 7. Kanningar av lívsvanum hjá næm­ ingum í 9. flokki síðan 1989. Á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu starvast hesi fólk: Ein yvirlækni, tveir ser­ læknar í parttíðarstarvi, tveir full­ tíðar granskarar við ph.d., ein sjúkra­ røkt­ ­ arfrøðingur, ein bioanalytikari, ein gran­ sk­ ing­ arhjálpari, eitt hjálparfólk og tveir skrivarar. Deildin hevur gjøgnum síðstu nógvu árini fingið hollar royndir í at bjóða bæði frískum og sjúkum til vísinda­ ligar kanningar í Føroyum. Sum frá liðið hevur deildin fingið hollar royndir í at søkja um pening frá útlendskum grunn­um, soleiðis at hon í mong ár hevur fingið meira í granskingarpeningi úr út­lond­um, enn hon hevur kostað lands­kass­anum.

Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu  ·  Stjóri: Pál Weihe  ·  Bústaður: Sigmundargøta 5, Postboks 14, 100 Tórshavn  ·  Telefon/fax: +298 316 696 / +298 319 708 Teldupostur: dfaa@health.fo  ·  Heimasíða: www.health.fo  ·  Høvuðsgranskingarøki: Umhvørvisárin á heilsu  ·  Vísindastørv (ársverk): 4-5


síða

18

Fakta

Navn: Katrin Hoydal Útbúgving: Lívfrøðingur Aldur: 40 ár Gift og eigur fýra børn, 6, 9, 13 og 15 ár Ph.d. lesandi á Universitetinum í Tróndheimi, arbeiðir á Umhvørvisstovuni

Lívfrøðiútbúgvingin eitt natúrligt val Tað er ikki óvanligt, at børn fáa sær somu útbúgving sum annað av foreldrunum. Hjá Katrin Hoydal var tað ikki ein spurningur um at velja útbúgvingina hjá øðrum av foreldrunum, tí bæði hava somu útbúgving. Katrin er í holt við at kanna grindahval fyri ávís dálkingarevnir og ávirkanina á nøringarevnini í tí sambandi.

Hon viðgongur tó , at tað kann hava verið óbeinleiðis ávirkan heim­anifrá, sum gjørdi at hon fór hendan vegin. „Lívfrøði er eitt ógvuliga fjøl­ broytt fakøki, so áhugin kom bara náttúrligat“.

Nýggj og gomul evnir Orð: Leif Láadal Hóast øll trý hava lívfrøðiliga út­ búgv­ ing, heldur Katrin kortini ikki, at hennera fakliga lívsleið er bein­leiðis tengd at foreldrunum. Mamma Katrin Hoydal, Gunvør, hevur mest fingist við at undirvísa, og pápin, Kjartan, hevur sergrein

í fiski­ vinnu, meðan Katrin sjálv hevur lisið umhvørvislívfrøði. „Eg havi ongantíð havt ynski um at vilja gera tað sama sum for­­ eldrini hjá mær, men eg havi havt áhuga í teimum nátt­úr­vís­­­ind­a­­ligu fakunum, so tá eg hoyrdi um út­ búgvingina í umhvørvis­ lívfrøði, fall valið á tað“, greiðir Katrin frá.

Í stuttum snýr granskingin hjá Katrin Hoydal seg um kanning av árin­ unum av ávísum dálk­ ingar­ evn­um í grindahvali. Tað eru dálk­ ingar­ evnir, sum fyri tað mesta niður­ brótast rættiliga seint, og tey eru harafturat sum oftast manna­skapt og brúkt í sambandi við ídnað og framleiðslu av vørum

Heilsufrøðiliga H E I L S U F R Ø ‹ I L I G A S T A RV S S T OVA N starvsstovan

Debes H. Christiansen, granskari, leiðari á Patologisku deild „Gransking gevur vitan at taka rættar avgerðir.“

Heilsufrøðiliga starvsstovan arbeiðir innan matvørur, djóraheilsu, aliumsiting, arbeiðs­umhvørvi og gransking. Harafturat hevur Heilsufrøðiliga starvsstovan tríggjar altjóða góðkendar kanningarstovur: Eina kemiska, eina mikrobiologiska og eina

, eitt nú PCB, DDT og flammu­tálm­ andi evni. Tað verður arbeitt við nýggjum og gomlum dálkingarkeldum av tí slagi, sum Katrin fæst við. Tær nýggju dálkingarkeldurnar eru fyri so vítt ikki nýggjar, men talan er um evnir, sum vit ikki hava vitað dálka. Katrin arbeiðir mest við áv­irk­anini av so­kallaðum goml­um dálk­­ing­ ar­evnum, sum ikki verða fram­ leidd longur, men sum fram­ ­ vegis eru í náttúruni, tí at flestu teirra hava so langa niður­ brót­­ing­­artíð. Onnur dálkingar­ evni eru tó framvegis í nýtslu. Dálk­­ing­­ar­evnini kunnu ávirka

patologiska, sum virka fyri álítandi og skjót­um kanningarúrslitum innan dálking av umhvørvinum, føðsluvirði í matvørum, dálk­ing av matvørum og innan sjúkur hjá fiski og djórum. Matvøru- og veterinera deildin hjá Heilsu­ frøði­ligu starvsstovuni virka fyri tryggum og góðum matvørum og fyri góðari djóra­­heilsu. Arbeiðseftirlitið virkar fyri trygg­um arbeiðsumhvørvi. Aliumsitingin um­situr tey meira enn 40 aliloyvini. Á stovninum starvast eini 50 starvs­ fólk, sum við fleiri enn 15 ymiskum út­ búgv­ingum tryggja eitt gott fakligt um­ hvørvi og vitan innan okkara virkisøki. Gransking hevur stóran týdning fyri virk­ semið á stovninum og er við til at tryggja grundleggjandi vitan innan okk­ara virkis­ øki. Gransking er vorðin ein týð­andi partur

Mynd: Leif Láadal

skipanir í kropp­inum, sum hava týdning fyri nøringarevnini.

Fult hús av børnum At granska fulla tíð krevur sína kvinnu, og tá so hendan kvinnan hevur eina stóra familju – í hesum føri mann og fýra heimabúgvandi børn – er gott at hava góðan stuðul heimanífrá. „Eg eri ofta burtur í arbeiðs­ ørind­ um ella á skeið í longri tíðar­skeið, so tá verða uppgávur í heim­ inum lagdar á mannin. Hevði tað ikki borið til, so hevði eg ikki kunnað arbeitt eins og eg geri nú, har eg búgvi við familjuni í Føroyum, hóast granskingin

av virkseminum, serliga innan djóra­heilsu og nú eisini innan mat­vøru­trygd. Granskingin fevnir m.a. um at • Luttaka í føroyskum, norðurlendskum og altjóða granskingarverkætlanum innan fiskasjúkur og matvørudálking • Ráðgeva um kemiska og mikro­ bio­ logiska matvørudálking • Ráðgeva um fiskasjúkur m.a. í Euro­ pean Food Safty Authority (EFSA) www. efsa.eu • Stuðla arbeiðinum innan sjúku­fyri­byrg­ ing í alivinnuni og matvørutrygd bæði í mun til eftirlit, kanningar og menning av lógarverki. • Kunna um okkara granskingarúrslit • Veg­leiða í sambandi við bachelor og kandi­datverkætlanir.

Stjóri: Bárður Enni  ·  Adressa: Falkavegur 6, 2. hædd, 100 Tórshavn  ·  Telefon/fax: +298 556 400 / +298 556 401  ·  Teldupostur: hfs@hfs.fo  ·  Heimasíða: www.hfs.fo Høvuðsgranskingarøki: Matvørur og fiskasjúkur  ·  Vísindastørv (ársverk): 1-2


síða

partvís gongur fyri seg í Noregi og aðrastaðni“, for­ telur Katrin. Men tað er tó eisini pláss til annað, sjálvt um gransking og familja fylla nógv. Katrin dámar væl at hittast saman við vin­kon­ un­um í bindiklubbanum, eins og syskinini hjá Katrin og børn teirra javnan hittast. Samdøgrið er tó rættiliga fylt, tá tú granskar og hevur stóra familju, men tað er tað lív, sum Katrin hevur valt, og tað ber væl til.

Nógv dálking endar í sjónum At brúka grindahvalin við Før­ oyar sum kanningardjór er ikki av til­vild. Fyri tað fyrsta, so er hann at­komuligur. Før­oyingar drepa grind, og frá­ boðanin til Um­­hvørvis­­stovuna er væl skipað, so­ leiðis at starvsfólk og gransk­ arar skjott kunnu koma á staðið og taka royndir. Grind verður hild­in til regluliga, og tað gevur ein títtleika í tøku av royndum, sum ger tað høgligt at arbeiða. Grindahvalurin, ið sum kunn­­ ugt er ein tannhvalur, er lut­fals­ liga høgt uppi í føði­ketuni. Tað ger, at hann etur størri føði í sjón­um, og tískil eisini verður útsettur fyri teirri dálking, sum hendan føði inniheldur. Stórur partur av dálkingini, sum verður framd í heiminum, end­ar í sjónum. Dálking, sum verður latin út í luftina, kann flytast langar leiðir við vindi, og so regna ella kava niður aftur, ofta longri norðuri á klót­ uni. Havsúgdjór, sum liva norða­liga, eru tí ofta illa dálkað, hóast dálkingin ikki fer fram í økinum har tey liva. Dálkingarevnini í grinda­ hvali kunnu hava fleiri møgu­ lig árin, men Katrin Hoydal kannar mest dálk­ingina í mun til árin á nør­inga­revnir.

19

Støvið út og granskingin inn Í gomlu sementagoymsluni hjá Lützen, verður alt støvið koyrt burtur í hesum døgum. Tað verður gjørt klárt til Vísindavøkuna 2012, har almenningurin kann fáa innlit í, hvat rørir seg í føroyskari gransking. Við framløgum og framsýningum fara granskarar at lýsa og vísa fólki, hvat arbeitt verður við, hvat hetta verður brúkt til og hvønn týdning hetta hevur fyri fólk í Føroyum. Orð: Annika Sølvará Bulurin í Vísindavøkuni er kunn­ ingin um aktuella gransk­ ing í Føroyum. Allir gransk­ingar­stovn­­ ar­nir fara at hava básar í 430 m2 stóru høllini, sum liggur upp­ at Öström. Her ber til at hitta starvs­ fólk á stovnunum, sum fegin greiða frá, hvat tey fáast við og svara spurningum. Á fleiri bás­ um verður møguleiki at síggja og royna ymiskt, sum hevur við gransk­ing at gera. Á Vísinda­vøk­ uni í fjør bar millum annað til at síggja ymisk djór í sjóneyku, at halda á og samanbera ymisk sløg av gróti og byggja ymisk mýli.

Í miðjuni av høllini verður øki til fram­løgur og filmar. Granskarar fara í stuttum framløgum at greiða frá, hvat teir arbeiða við og hvat úrslitini verða brúkt til. Her verður høvi at spyrja og gera við­merk­ ingar. Hvør framløga verður á leið 15 minuttir. Tá framløgur ikki eru á skránni, verða ymiskir stuttfilmar, bæði frá føroyskari gransking og uttan úr heimi. Hósdagin og fríggjadagin fyrra­ part frá 8.30 til umleið 13.30 eru 10 framløgur á skránni, ymisk­ ar báðar dagarnar, so í alt verða 20 framløgur. Hesin parturin av til­tak­ in­ um er skip­ aður serliga fyri 10. floks og mið­náms­­skúlanæmingar,

sum vit hava boðið til tiltakið, men øll eru vælkomin. Fríggjadagin frá kl. 16.30 eru aftur framløgur á skránni, sum eru ætlaðar øllum. Yvirlit við navni og heiti á øllum fram­løgunum sæst í skránni á bak­ síðuni. Hóast vit tora at lova, at hetta ikki verður turrisligt, so fara vit at hava eina kafé við panorama­ útsýni, har til ber at leska sær

hálsin. Í kafeini European Corner fer at bera til at bukka beinini eina løtu og práta við fólk. Vit fara at bjóða ókeypis kaffi, te, smákakur og sodavatn frá Føroya Bjór. Vit fara at selja góðar tvíflísar bíliga. Eisini verður ymisk kunning um ES-granskingarsamstarvið og um virk­semið hjá Gransk­ingar­ráð­ num.

Kafé European Corner Vit bjóða kaffi, te, sodavatn og annað gott. Føroya Bjór stuðlar tiltakinum.

LANDSSJÚKRAHÚSIÐ

HORNASTEINURIN UNDIR FØROYSKA HEILSUVERKINUM

Shahin Gaini, yvirlækni ph.d. „Gransking á Landssjúkrahúsinum er við til at geva meira vitan innan heilsuvísindi. Endamálið er ein betri heilsustøða hjá borgarunum í okkara samfelagi.“ Á Landssjúkrahúsinum eru 29 sergreinir umboðaðar, harav 9 við konsulentskip­ anum. Lands­sjúkrahúsið er eitt av trimum sjúkrahúsum, sum veita tænastu til borgar­ ar í Føroyum. Á Landssjúkrahúsinum fáa teir torgreiddu sjúklingarnir sjúkugreining

og viðgerð lokalt ella í samstarvi við uni­ versi­tetssjúkrahús uttanlands. Høvuðsuppgávan hjá Lands­ sjúkra­ hús­ inum er útgreining og viðgerð av medi­sinsk­um, skurð- og sálarsjúkum hjá vaksn­um og børnum. Hetta verður gjørt í sam­starvi við Diagnostiska depilin, ið ræð­ur yvir nýmótans framkomnum kann­ ing­ ar­ stovum, skannarum og kliniskum deild­um. Ein onnur týdningarmikil uppgáva er frá­læra til lesandi innan heilsuvísindi og menn­ing av ymiskum heilsuviðkomandi virk­semi. Hetta skal tryggja eina skila­ góða viðgerð á hægsta altjóða fakliga støði og skal tryggja eina tilgongd av dugna­ligum starvsfólki í framtíðini. Gransking er eitt fokusøki, sum hevur høga raðfesting á Landssjúkra­hús­inum. Gransk­ingin skapar vísindalig úrslit, men tryggjar eisini, at okkara sjúklingar fáa

nýmótans og prógvaða sjúkugreining og við­gerð. Eitt virkið granskingarumhvørvi á Lands­ sjúkrahúsinum er ein týðandi liður í at halda uppá verandi dugnaligu starvs­fólkini og at eggja nýggjum til. Landssjúkrahúsið hevur sum mál at fáa ein ph.d. lesandi um árið. Landssjúkrahúsið vil tryggja, at góð høli og umstøður eru tøk til granskarar. Landssjúkrahúsið leggur ein gransk­ ing­ar­politikk, sum er stýrd­ur av Gransk­ ing­ar­nevndini á Lands­sjúkra­hús­inum. Nevnd­in hevur fund mánað­ar­liga og fær eina árliga játtan til at stuðla undir minni verk­ætlanir ella gransk­ing­ar­viðkomandi virksemi. Landssjúkrahúsið virkar í tøttum sam­ star­ vi við Ílegusavnið og Far­ Gen, sum eisini eru staðbundin á Lands­sjúkra­hús­ inum.

Sjúkrahússtjórnin: Sigurð Ó. Vang, sjúkrahússtjóri, Naina Túgvustein, varastjóri, og Tummas í Garði, varastjóri  ·  Adressa: J. C. Svabos gøta 41-49 Telefon/fax: +298 304 500/314 253  ·  Teldupostur: ls@ls.fo  ·  Heimasíða: www.lsh.fo  ·  Høvuðsgranskingarøki: Ílegugransking, klinisk gransking, epidemiologisk gransking, mikrobiologisk gransking, psykiatrisk gransking og psykologisk gransking.  ·  Vísindastørv (ársverk): 2-3


síða

20

Fakta Navn: Rúni Weihe Útbúgving: Fiskivinnufrøðingur Aldur: 32 ár Samlivandi og eigur tvey børn, 3 og 6 ár Ph.d. lesandi á Universitetinum í Ås, arbeiðir á Havsbrún og er knýttur at granskingarstovninum Nofima

Mynd: Leif Láadal

Føroyameistari í gransking Um tað var nakað, sum æt føroyskur meistari í gransking, so hevði Rúni Weihe vant sum eitt ørt, stillað upp og vunnið. Kappingargenið er so ovurhonds stórt hjá granskaranum og fyrsta floks flogbóltsspælaranum, og ein tílíkan kjans vildi hann ikki latið farið frá sær. Orð: Leif Láadal „Tú kann gott vera góður í fleiri ítrótt­ar­greinum, og tað eru nógv­­ ir føroyingar, men um tú vilt verða best, so mást tú velja eina ítróttargrein burturúr“, sigur gransk­­­arin Rúni Weihe, sum 15 ára gamal valdi bæði fótbólt og hond­ bólt frá fyri at gerast so góð­ur sum yvirhøvur gjørligt í flog­bólti. „Eg spældi tó eitt lítið sindur av fótbólti, til eg bleiv 18, men so var

Mynd: Leif Láadal

tað heilt liðugt, og eg havi síðani brúkt alla mína ítróttarorku upp á flogbóltin“, leggur hann afturat. Og tað gav úrslit. Rúni Weihe verður mettur at vera so nógv tann besti føroyski flog­bólts­spæl­ arin, sum hevur spælt higar­ til. Millum annað hevur hann verið norskur meistari og steypa­vinnari, umframt at føroyska flog­ bólts­ lands­ liðið seinastu árini hevur vunnið nógvar dystir við Rúna sum absolutt­ari drívmegi.

Superfóður til alivinnuna Men flogbólturin fer nú at minka í ger­andisdegnum hjá Rúna Weihe. Granskingin telur nógv, og hon fer at telja enn meira í framtíðini. Ph.d-verkætlanin hjá Rúna byggir á eina aðra verkætlan hjá Havs­­ brún, har roynt at varð at framleiða meira fisk – ella etandi matvøru, sum tað varð rópt – við betri fóðurgagnnýtslu upp á styttri tíð. Altso skuldi alarin við einum serligum fóðuri frá Havs­ brún kunna framleiða somu mongdir av laksi upp á styttri tíð. Tað fóðurið bleiv til veruleika, og er nú tøkt. Í rundum tølum kann fóðurið stytta vakstrartíðina um­leið ein mánað, um ein laksur skal viga 5-6 kilo, tá hann verður kruvdur.

Í stuttum snýr sjálv Ph.d-verk­ ætlanin seg um at skilja tær fysio­ logisku mekanismurnar aftan fyri úrslitini av hesum „super-fóð­uri“. Rúni kannar, hvat hendir í laks­ inum, tá hann veksur skjótari við serliga fóðrinum.

Til Tromsø Nú Rúni Weihe hevur valt at nýta minni tíð uppá flogbólt, hevur hann kastað seg yvir granskingina á tann vanliga engageraða hátt, sum hann altíð plagar at brúka. Sjálvur sigur hann ikki, at hann er ambisiøsur, tó at tey sum kenna hann, lættliga kundu valt at brúkt júst hetta orð um arbeiðslagið hjá honum. „Eg veit ikki, um eg eri beinleiðis ambisiøsur. Havi heldur hug at siga, at eg eri bevístur um, hvat ið skal til fyri at røkka ávísum málum“, sigur Rúni. Rutan inn í akademiska gransk­ ing­arheimin varð kortini ikki heilt kortløgd frá byrjan. Men tá so avgerðin var tikin, fór Rúni sum vant eftir tí besta. „Eg arbeiddi hjá eini alifyri­tøku í Føroyum, og har sat ein fiski­ vinnufrøðingur sum fíggjar­stjóri. Hann fortaldi mær um møgu­ leikarnar at lesa fiskivinnu­frøði í Tromsø, og tað gav útslagið fyri vali mínum“, fortelur Rúni. Rúni hevði annars gingið og spælt sær við tankanum um at fara á Fiskivinnuskúlan í Vestmanna, og so aftur til arbeiðis, men í dag er hann glaður fyri, at hann ikki gjørdi tað. „Fiskivinnuskúlin er ein fínur skúli, men í mínari verð er hann meira at meta sum ein liður í eini útbúgv­ ingarætlan, eins og aðrir miðnámsskúlar, enn ein endaligur skúli. Tað er týdn­ ing­ armikið, at fólk fara at lesa víðari heldur enn at fara beint út í vinnuna, tí tað er brúk fyri fleiri

fólkum við hægri útbúgv­ ingum í fiskivinnuni eisini“, sigur Rúni avgjørdur.

Flogbóltur og lesnaður Í Norra kom Rúni á 1. liðið hjá flog­­bólts­felagnum í Tromsø so at siga beinanvegin, tá hann las fiski­vinnufrøði í býnum. Venjarin hevði annars sett liðið, sum skuldi spæla. Tað skuldi verða teir somu, sum spældu árið fyri, tí tað hevði gingið væl. Men eftir at Rúni kom til felagið, valdi venjarin at taka ein av føstu spælarunum út og seta Rúna inn. At lesa á universiteti og spæla flogbólt á hægsta stigi í Norra kravdi, at Rúni skipaði lív sítt nokk so neyvt. Fyri at koma ígjøgnum lesnaðin upp á normeraða tíð, sum var málið, og samstundis spæla við hvønn dyst, meldaði Rúni seg nærum heilt úr tí sosiala lívinum, sum herjar kring eitt og hvørt universitet. „Eg minnist einaferð, vit skuldu eina lestrar­ ferð uttanlands, har eg sjálvur hevði savnað umleið ein triðing av teimum 300.000 krón­unum, sum túrurin kostaði. Eg valdi tá at vera eftir í Norra og spæla flog­ bóltsfinalu“, fortelur Rúni, og tú sært á honum, at hann ivast eitt sindur, um hetta var rætta avgerðin. „Eg var í veruleikanum skaddur og fekk slett ikki spælt so nógv, so eg skuldi nokk havt valt at farið við lestrarfelagunum, men soleiðis eri eg“, viðgongur ungi granskarin. Ph.d-ritgerðin hjá Rúna Weihe verður liðug á vári í 2015. Og tað verður hon. Tað er ikki ein meting, men ein avgerð, sum Rúni hevur tikið. Og tá Rúni Weihe tekur slíka avgerð, verður úrslitið hareftir.


Flyt millum lond og granska við stuðli frá ES

síða

21

Flytførisskipanin PEOPLE skal menna útbúgving, førleikar og yrkis­ leið hjá gransk­ arum í Evropa. Eisini føroyingar kunnu fáa stuð­ul frá hesi skipan Orð: Annika Sølvará Ein partur av játtanini til ES-gransk­ ingar­samstarvið verður brúktur til at eggja og hjálpa granskarum at flyta seg millum lond. Endamálið er at menna førleikar sínar og fáa íblástur og royndir. Tað verður mett at vera sera týdningar­ mikið fyri gransk­ ingar­ um­ hvørvini, at kunna bjóða dugna­ligum gransk­arum at vist­ ast eina tíð og yvir­høvur hava eina javna út­skifting av fólki fyri at hava dyna­mikk í. Við ES-granskingarsamstarvinum hava gransk­arar í Føroyum fingið møgu­leika at søkja stuðul til sleppa út í heim at granska. Tað ber eisini til at bjóða gransk­arum til Føroya at arbeiða, hesir kunnu bæði verða føroy­ingar og útlend­ingar. Skipanin kann stuðla bæði yngri og royndum granskarum, sum kundu hugsað sær at farið burtur eina tíð ella granskarum, sum kundu hugsað sær at koma til Føroyar at arbeitt. Flytførisskipanin kallast undir ein­um PEOPLE, og er sett saman

av fleiri undirskráum. Yvirskipaða endamálið er at fáa teir bestu granskararnar í heiminum til at virka í Evropa. Fyri Føroyar eru tað serliga tríggjar av undirskráunum, sum hava áhuga. Hesar fevna um ymisk sløg av flytføri: International Outgoing Fellowship Hendan skipanin er til granskarar, sum ætla sær til eitt triðjaland (land sum ikki er partur av ES ella hevur FP7 atlim­skap) at granska í upp til 2 ár. International Incoming Fellowship Hendan skipanin er til granskarar, sum hava arbeitt í einum triðjalandi og ætla sær til eitt land í ES ella eitt land við FP7 atlimaskapi at granska. Fíggjarligur stuðul úr ES verður latin í upp til 2 ár. Intra European Fellowship Hendan skipanin er til euro­ peisk­ ar granskarar, sum ætla sær til eitt annað ES land ella FP7 atlimaland at menna sínar

gransk­ingarførleikar. Fíggjarligur stuðul verður latin í upp til 2 ár. Felags fyri allar tríggjar skipanir er, at tær eru opnar fyri øllum gransk­ingar­evn­um. Tað vil siga, at tað er granskarin sjálvur saman

Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetrinum: „Útbúgving er frælsi og framburður“

Fróðskaparsetur Føroya er eitt universitet, har gransking og undirvísing eru kjarnin í virkseminum. Endamálið hjá Fróðskaparsetri Føroya, sum er ásett í løgtingslóg, er at inna gransking, geva frálæru á hægsta stigi og breiða út kunnleika um vísindalig úrslit og háttaløg. Tað ger Fróðskaparsetrið í ávísum úrvaldum granskingar- og undirvísingargreinum. Granskingin hevur til endamáls at menna vísindaliga stigið á Fróðskaparsetrinum og í landinum.

við arbeiðsplássinum hjá sær, sum ger av, hvar hann ynskir at fara og hvat hann vil granska. Til ber at frætta meira um møgu­leikarnar við at seta seg í sam­band við Granskingarráðið

Harumframt skal Fróðskaparsetrið fyri­ reika og halda tey prógv og tær royndir, sum eftir fyriskipan landsstýrisins eru løgd undir Fróðskaparsetrið. Fróðskaparsetrið skipar sjálvt fyri virk­ semi sínum innan fyri teir karmar, sum løgtings­ lógin um Fróðskaparsetrið frá 2008 og seinni broytingum setur. Virk­ semið á Fróðskaparsetrinum speglar altíð samfelagslig áhugamál, og Fróð­ skap­ arsetrið er altíð til reiðar at taka ímóti uppskotum frá myndugleikum og vinnu. Stýrið er evsti myndugleiki og hevur ábyrgdina av virksemi Setursins mótvegis landsstýrismanninum. Stýrið setir í starv og loysir úr starvi rektara, dekanar og fyrisitingarstjóra. Virksemið á Fróðskaparsetrinum er býtt á tvær megindeildir: Megindeildin fyri hugvísindi, samfelagsvísindi og náms­vísindi og Megindeildin fyri náttúru­ vísindi og heilsuvísindi. Undir Megindeildini fyri hugvísindi, sam­ felagsvísindi og námsvísindi eru 3 deildir: • Føroyamálsdeildin • Læraraskúlin • Søgu- og samfelagsdeildin

ella við at lesa um ymsu skipan­ irnar á Participant Portal: http://ec.europa.eu/research/ participants/portal/page/ people?callIdentifier=FP7-PEOPLE2012-IEF

Undir Megindeildini fyri náttúruvísindi og heilsuvísindi eru 2 deildir: • Náttúruvísindadeildin • Sjúkrarøktarfrøðiskúlin Fróðskaparsetrið hevur umframt síni egnu starvsfólk brúk fyri tænastum og stuðli frá eini røð av stovnum og ein­ stak­ lingum í Føroyum og aðrastaðni fyri at kunna liva upp til endamál sítt at undirvísa, granska og kunna um hetta virksemið á hægsta altjóða stigi. Síðani Fróðskaparsetrið varð sett á stovn í 1965, hevur eitt fjøltáttað sam­ starv verið serliga við vísindafólk og leið­arar fyri granskingarstovnarnar í Før­ oyum. Samstarv hevur eisini verið við vísinda­fólk á útlendskum stovnum, ser­ liga á universitetunum í næstu granna­ londunum. Hesi fólk hava havt stóran lut í undirvísingini, próvdømingini og vísindaligu metingunum á Fróð­ skap­ ar­ setrinum, samstundis sum vísindafólk okkara og á øðrum stovnum hava arbeitt neyvt saman um granskingarverkætlanir. Eisini okkara vísindafólk hava undirvíst, próv­dømt og mett aðra staðni.

Rektari: Sigurð í Jákupsstovu  ·  Adressa: J. C. Svabos gøtu 14, 100 Tórshavn  ·  Telefon/fax: +298 352 500/+298 352 501  ·  Teldupostur: setur@setur.fo Heimasíða:www.setur.fo   ·  Høvuðsgranskingarøkini eru innan hugvísindi, samfelagsvísindi, námsvísindi, náttúruvísindi og heilsuvísindi  ·  78 vísindastarvsfólk starvast á Fróðskaparsetri Føroya


síða

22 Søk tær ráð í góðari tíð Um tú hugsar um at fara undir ph.d.lestur, so eru fleiri ting, tú mást hugsa um og kanna. Tað er neyðugt at taka støðu til faklig, fíggjarlig og sosial viðurskifti. Í fakliga partinum eigur tú at seta teg í samband við leiðsluna ella ein viðkomandi gransk­ara á Fróðskaparsetrinum ella ein­ um av hinum granskingarstovnunum í Føroyum, um tað er her, tú kundi hugsað tær at arbeitt. Undir øllum umstøðum er tað skila­gott at hava samband við føroyska gransk­ingar­um­ hvørvið, eisini um tú fert undir ph.d. arbeiði uttanlands. Ætlar tú tær heimaftur eftir lokna ph.d.útbúgving, kann sambandið, sum tú hevði meðan tú vart í gongd, verða lykilin til starv í Før­oyum. Í fíggjarliga partinum er møguleiki at søkja stuð­ul úr Gransk­ ingar­grunninum. Er evnið innan fiskivinnu, ber eisini til at søkja stuðul frá Fiskivinnuroyndum. Ofta vil tað vera skila­gott at søkja fígging frá fleiri keld­um, tí tá er oftast lættari at fáa til vega neyðugu fíggingina. Spyr teg fyri hjá øðrum ph.d.les­ andi ella hjá Granskingarráðnum og granskingarstovnunum um hend­an partin.

Ph. hvat? Vit hoyra javnan fólk vera umrødd við heitinum ph.d., men hvat merkir hendan styttingin í grundini, hvat er ein ph.d. verkætlan og hvat kann hon brúkast til. Orð: Annika Sølvará Ph.d. er stytting fyri philosophiae doctor, tað er doktari í filosofi. Hetta er ein 3 ára gransk­ ara­ útbúgving, sum í dag er kravd fyri at kunna fáa starv sum gransk­­ari á universitetum og gransk­ing­ar­ stovnum. Eisini fleiri virkir, serliga tey sum arbeiða við menn­ing av nýggjum vørum og tæn­ astum, seta fólk við ph.d.-útbúgving í starv. Fólk verða vanliga sett í eitt 3 ára starv hjá einum universiteti, ein­ um sektor­granskingarstovni ella á ein­um virki og innskrivað til lestur við eitt universitet. Í Føroyum ber til at verða innskrivað/ur til ph.d. á Fróðskaparsetrinum. Ph.d. út­ búgv­ingin er skipað í kunn­gerð eftir sama leisti sum í øðrum lond­um og fylgir altjóða áset­ing­ um. Í sambandi við umsóknir um

stuðul og annað verður hetta 3 ára skeiðið og arbeiðið vanliga kalla ein ph.d.verkætlan. Granskingarráðið brúkar fittan part av árligu játtanini í Gransk­ ingar­ ­ grunninum til at stuðla ph.d.verk­ ætlan­um. Gransk­­ingar­ráðið stuðlar bæði verk­­ætlan­­um í Føroyum og uttan­­­lands. Tað eru næstan 30 fólk í Føroyum í løtuni, sum eru í gongd við ph.d.útbúgving. Nøkur arbeiða og eru inn­skrivað á Fróð­ skap­ arsetrinum, meðan onnur arbeiða á einum av sektor­gransk­ ingar­stovnunum og eru innskrivað á Fróð­­skapar­setri­um ella einum út­lendskum universi­teti. Harafturat eru í minsta lagi 25 føroyingar í gongd við ph.d.útbúgving uttan­ lands, summi av hesum eru knýtt at einum føroyskum stovni eisini.

Í dýpdina í 3 ár Fyrsta uppgávan í sambandi við eina ph.d.verkætlan er at finna og avmarka granskingarevnið, so til ber at fáa evnið kannað og lýst innan ásettu tíðina. Tað kann ljóða av nógvum at arbeiða við ein­ um avmarkaðum evni í 3 ár, men flestu fólkini siga, at tað er knípið við tíð, tá tað kemur til stykkis. Berandi parturin av arbeiðinum

er at savna inn tilfar, viðgera tað, gera ymsar kanningar og royndir, greina tilfarið og síðani skriva um tað, sum er gjørt og komið fram til. Umframt hetta eru fleiri onnur ting kravd í sambandi við eina ph.d. útbúgving. M.a. er krav, at taka fleiri skeið, at fara burtur í annað gransk­ingarumhvørvi eina tíð, og at undirvísa ella vegleiða uni­versi­tetsstudentum. Øll ph.d.lesandi skulu hava í minsta lagi ein vegleiðara, sum tey eru knýtt at í ph.d.skeiðnum. Tey kunnu eisini hava fleiri veg­ leið­arar, serliga har tey eru knýtt at fleiri stovnum. Hetta eru oftast professarar, sum leggja teimum lag á og hava eftirlit við, at arbeiðið gongur, sum tað skal. Úrslitini frá eini ph.d.verkætlan verða skrivað saman í eina ritgerð ella í fleiri vísindaligar greinir, sum verða almannakunngjørdar í altjóða tíðarritum. Samlaða arbeiðið verður mett av eini ser­ kønari nevnd. Um nevndin góð­ kennir arbeiðið, verður skipað fyri ph.d.verju, har tann ph.d.lesandi leggur fram sítt arbeiðið og svarar uppá spurningar frá nevndini. Tá hetta er staðið, verður prógv skrivað, og kandidaturin hevur síðani rætt til at brúka ph.d.heitið.

Øystein Patursson, granskingarleiðari á Fiskaaling „Gransking til frama fyri alivinnuna er alneyðug. Umframt at framleiða Føroya størstu útflutningsvøru er før­oyska alivinnan vorðin ein fyri­mynd fyri aðrar alitjóðir“

Í sosiala partinum eigur tú at umhugsa, hvat gransk­ingar­um­­ hvørvi er best at knýta seg at. Aftur her er gott at spyrja seg fyri á granskingarstovnunum og hjá øðrum ph.d.lesandi.

Hvar verður granskað Mesta granskingin í Føroyum fer fram á almennum stovnum. Aðrastaðni er býtið javnari millum almennar stovnar og privatar fyritøkur. Til teir almennu stovnarnar verða oftast roknað universitet og sektorgranskingarstovnar. Universitet skulu veita granskingargrundaða útbúgving. Gransk­ingin á universitetum er tí ofta neyvt knýtt at fak­øk­ inum hjá einstaka granskaranum og skeiðunum, sum við­ kom­andi undirvísir í. Nógva granskingin á universitetum er grund­gransking. Endamálið hjá sektorgranskingarstovnum er millum annað at ráð­­geva almennum myndugleikum og vinnu innan kjarnu­ økini hjá stovninum, at útinna myndugleikauppgávur og fremja menningararbeiði við greiðum samfelagsligum enda­ máli. Hendan granskingin er ofta meira nýtt gransking, men eisini kann talan vera um grundgransking. Fróðskaparsetrið er einasta universitetið í Føroyum og er tí einasti stovnur, sum kann bjóða hægri útbúgvingar. Fróð­ skap­arsetrið hevur tvær megindeildir við fleiri deildum. Vit hava eina røð av sektorgranskingarstovnum, á summum er nógv gransking, á øðrum er gransking ein lítil partur av virk­ sem­inum. Greinar eru um allar stovnarnar í blaðnum.

Fiskaaling er eitt alment partafelag undir Vinnumálaráðnum, sum fevnir um virkis­ økini gransking og rogna- og yngul­fram­ leiðslu. Fiskaaling hevur framleitt rogn og yngul til alivinnuna síðan 1978, og í dag kann felagið bjóða kundum sínum eina dygdar­ vøru, sum er skraddaraseymað til føroysku alivinnuna. Á Fiskaaling starvast 27 fólk, har­ av 12 granskarar. Granskingin á Fiska­aling hevur til endamáls at økja vitanar­grund­ar­lagið til fram­haldandi at menna aling í Føroyum. Arbeitt verður við gransk­ingar- og menn­

ing­ar­verk­ætlan­um í tøttum sam­starvi við alarar, fóðurf­ ramleiðarar og aðrar gran­ sking­ar­stovnar. Granskingin er skipað í trý starvs­øki: – Tøkni og umhvørvi – Framleiðslumenning – Biotøkni Innan hesi granskingarøki kunnu nevnast verkætlanir, sum fevna um niðurberjing av laksa­lús, til­seting­­arevni í alifóðri, góðska á alifiski og fóðri, ílegugransking, heilsu­­­ ágóðar av fiski, umhvørvi, aling á harð­­ balnum økjum, streym- og aldu­viður­skifti.

Stjóri: Kristian Petersen  ·  Adressa: við Áir, 430 Hvalvík  ·  Telefon/fax: +298 474 747/474 748  ·  Teldupostur: fiskaaling@fiskaaling.fo  ·  Heimasíða: www.fiskaaling.fo Høvuðsgranskingarøki: Gransking innan havbúnað  ·  Granskarar/ársverk: 10,5  ·


síða

23

Fakta Navn: Jónrit Halling Aldur: 35 ár Útbúgving: Farmaceutur, ph.d Gift og eigur tvey børn, 4 og 7 ára gomul Granskingarstovnur: Syddansk Universitet, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu Navn: Maria Skaalum Petersen Aldur: 36 ár Útbúgving: Farmaceutur, ph.d Samlivandi og eigur trý børn, 2, 5 og 8 ár Granskingarstovnur: Syddansk Universitet, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu Mynd: Leif Láadal

Vinkonurnar kanna sáðgóðskuna hjá føroyskum monnum Seinnu árini hevur sáðgóðska hjá monnum staðið rættiliga ovarlaga á almennu dagsskránni. So hvørt sum heimurin hevur verið útsettur fyri dálking av ymsum slagi, hevur tað víst seg, at nøringsevnini hjá menniskjum eru minkandi. Tí verður granskað í, um dálking og nøring hevur nakað við hvønn annan at gera – eisini her heima. Orð: Leif Láadal Við útsýni yvir Skálatrøð í Havn úr einum av vakrastu húsum í býnum eigur at liggja væl fyri at fáa íblástur til at granska. Og tað ger tað eisini. Handan hvítu húsaveggirnar í gomlu húsunum hjá Landslæknanum sita teir báðir ungu granskararnir Jónrit Halling og Maria Skaalum Petersen. So hvørt sum neyðugu játtanirnar verða fingnar til vega, kasta tær seg yvir týdningarmikil evnir, ið sum frá líður kunnu geva okkum eina størri vitan um ávís øki og vónandi betra um heilsuna hjá fólki. Í løtuni snýr tað seg millum annað um Parkingson-sjúku og sáð­ góðsku hjá føroyskum monn­um. Sáðgóðskuna arbeiða starvs­ felagarnir, sum eisini eru vin­konur, saman um.

Hava kenst í 20 ár Tær hittust í 1993 í stud­enta­skúl­ anum, og tó at tær tey fyrstu árini mest vóru floksfelagar, so varð skjótt greitt, at her var grundarlag fyri einum góðum vinalagi. Nú

nærum 20 ár seinni hava tær tikið somu útbúgving, granskað á sama universiteti og arbeiða nú í sama rúmi á Deildini fyri Arbeiðsog Almannaheilsu í Havn. Ferð kom av álvara á vinalagið í 1998. Eftir at hava búð eitt styttri tíðarskeið í Ålborg, flutti Maria til Keyp­ mannahavnar, har Jónrit árið fyri varð byrjað at lesa til farmaceut. Og nú gomlu floks­ felag­arnir aftur vóru í sama býi, var lagakvinnu at finna saman av álvara. Maria fór eisini at lesa til farmaceut, og á tann hátt var Jónrit ikki bara ein góður ferðaleiðari út í lestrarbýin Keypmannahavn, men eisini ein dyggur fakligur stuðul. Fyrsta árið búðu tær enntá bara nakrar metrar frá hvørjari aðrari.

Sáð, PCB og kyksilvur Jónrit og Maria hava hvør sína ph.d. ritgerð aftanfyri seg, men granskingin steðgar ikki har. Í løtuni arbeiðir Jónrit við so­nevnd­­­ ari post.doc.-verkætlan. Tað er ein víðari granskingarætlan, sum kann byggja á eina ávísa ph.d. ritgerð, men hetta er ikki neyðugt.

Í hesum føri er ikki talan um at byggja omaná, men har­­ aftur­ ímóti um eina serstaka post.doc. verkætlan, sum hevur gransk­ ingarheitið „Sáðgóðska hjá føroyskum monnum“. Og tað sigur seg líkasum sjálvt, hvat ið tað er, men í stuttum verður granskingin skipað á hendan hátt: Føroyskir menn verða bodnir at vera við, og teir lata so eina sáð­roynd. Hendan roynd verður kannað fyri lív og góðsku, og so verða úrslitini sum frá líður sett upp ímóti dálkingini í Før­ oy­ um av PCB og kyksilvuri. Maria hevur so arbeitt saman við Jónrit við at viðgera úrslit frá aðr­ari sáð­kann­ ing­ar­verkætlan, sam­stundis sum hon arbeiðir við síni egnu post. doc., ið snýr seg um Parkinson sjúku í Føroyum, og hvørja ávirkan umhvørvið og ílegur hava á hesa sjúku.

„Tú fært nokk ikki fólk, sum kenna okkum væl, at siga at vit er líkar, men tað halda vit nú sjálvar, at vit eru á nógvum økjum“. Og so greiða tær báðar – mest Maria – frá, at Jónrit er tann stilla typan, meðan Maria er meira verbal, men tað er bara uttaná. Innan eru tær alvinir.

Altjóða útbreiðsla Tá granskað verður í slíkum evn­ um sum sáðgóðsku og dálking, eru tað ikki bara føroysk eygu,

Mynd: Leif Láadal

Jónrit um Mariu

Maria er ein ordiliga góð vin­kona, sum altíð er har. Tað ber til at tosa við hana um alt. Vit eru rúmligar yvir fyri hvørjari aðrari og hanga okkum ikki í smálutir. Fakliga er Maria dugnalig og ikki minst ótrúliga skjót, tá hon arbeiðir.

So ymiskar og tó Men hví bleiv vinalagið og fakliga samstarvið so sterkt millum Jónrit og Mariu? Ja, onkur sigur, at tá mótsetningar hittast, kann søtur tónleikur fara at ljóma, og tað kann vera ein av orsøkunum í hesum føri. „Vit hava somu meiningar um nógv viðurskiftir, serliga tá tað snýr seg um børn og uppaling, men sum persónar eru vit ivaleyst rætti­liga ólíkar“, sigur Jónrit, og Maria leggur afturat:

verða í næstum lýst í BMJ Open (British Medical Journal), og tað eru tær báðar rættiliga spentar uppá. „Vit hava sent eina grein inn, og so er bara at vóna, at hon verður tikin upp“, sigur Jónrit. Tá hon verður spurd, hvat fyri­ bils­­ úrslitini av sáðgóðskuni hjá føroyskum monnum vísa, er tøgn eina løtu. „Vit mugu taka tað í teirri raðfylgjuni, sum gransking av hesum slagi krevur og hevur uppi­ borið. Tað vil siga, at menninir í kann­ingini fyrst fáa tað at vita, og síðani verður tað almanna­ kunngjørt í virdum tíðarriti. Síðani fær almenningurin tað so at vita“, greiða tær báðar frá.

Maria um Jónrit

Jónrit er ein deiligur persónur. Hon er rúmlig og góð at práta við. Hon hevur sterkar mein­ ingar um tað, sum hon brennir fyri. Og hon dugir væl at verja síni sjónarmið. Hon er sera væl fyri fakliga og dugir væl at skipa arbeiðsuppgávur sínar. ið fylgja við. Fyribils úrslit av granskingini hjá Jónrit og Mariu


Skrá

2012

Hósdagur 27. september

Fríggjadagur 28. september

kl. 08.00 Kaféin European Corner – 14.00 Kafe og básurin hjá Granskingarráðnum við CMYK ES tilfari og føroyskum tilfari. Vit bjóða kaffi, te, vatn og snacks. 60/15/85/0 kl. 08.30 Framsýningar – 14.00 Básar, har granskingarstovnarnir vísa og lýsa teirra gransking. Høvi verður at hitta 0/100/100/0 starvsfólk frá øllum stovnunum. Luttakandi stovnarnir eru: Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Fiskaaling, Fróðskaparsetrið, 0/35/100/0 Havstovan, Heilsufrøðiliga Starvsstovan, Ílegusavnið, Jarðfeingi, Landssjúkrahúsið, Søvn Landsins 100/0/0/0og Umhvørvisstovan. kl. 08.30 – 13.30 Framløgur 0/0/0/100 kl. 08.30 Katrin Hoydal, ph.d.lesandi á NTNU, granskari á Umhvørvisstovuni: „Hvussu ávirkar dálking grindahvalin“ kl. 09.00 Helgi Michelsen, granskari á Fornminnissavninum: „Nýggj tøkni í fornfrøðini“ kl. 09.30 Ester Weihe, stud. med., arbeiðir við verkætlan á Landssjúkrahúsinum: „Psoriasis og ílegur í Føroyum“ kl. 10.00 Bárður Niclasen, ph.d., adjunktur á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum: „Havið á teldu – hvat teldur læra okkum um aldu og streym við Føroyar“ kl. 10.30 Jana Ólavsdóttir, ph.d.lesandi á Københavns Universitet, granskari á Jarðfeingi: „Ímyndið tykkum at Føroyar einaferð hava havt Miðalhavs veðurlag“ kl. 11.00 Ámundur Nolsø, granskari á Náttúrugripasavnium: „Aling av skeljadýrum – pilotprojekt við vørpuskel“ kl. 11.30 Petra E. Petersen, ph.d.lesandi á University of Stirling, arbeiðir á Fiskaaling: „Ílegukanningar av føroyska toskinum“ kl. 12.00 Agnes Mols Mortensen, ph.d.lesandi á Univ. of New Hampshire: „Tari, fjølbroytni og ílegur“ kl. 12.30 Hjalmar P. Petersen, dr.phil., lektari á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum: „At granska í føroyskum“ kl. 13.00 Kirstin Eliasen, ph.d.lesandi við Aarhus Universitet, arbeiðir á Havstovuni: „Nebbasild á føroyska landgrunninum – hvør av øðrum liva má“

kl. 08.00 Kaféin European Corner – 00.00 Kafe og básurin hjá Granskingarráðnum við ES tilfari og føroyskum tilfari. Vit bjóða kaffi, te, vatn og snacks. kl. 08.30 Framsýningar – 00.00 Básar, har granskingarstovnarnir vísa og lýsa teirra gransking. Høvi verður at hitta starvsfólk frá øllum stovnunum. Luttakandi stovnarnir eru: Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Fiskaaling, Fróðskaparsetrið, Havstovan, Heilsufrøðiliga Starvsstovan, Ílegusavnið, Jarðfeingi, Landssjúkrahúsið, Søvn Landsins og Umhvørvisstovan. kl. 08.30 – 13.30 Framløgur kl. 08.30 Marita Debes Magnussen, ph.d.lesandi við Háskúla Íslands, arbeiðir á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni: „Riggar antibiotika viðgerðin í Føroyum?“ kl. 09.00 Bjørn Kunoy, Dr. lesandi í Université Paris Ouest Nanterre, løgfrøðiligur ráðgevi í Uttanríkistænastuni: „Totalt langt úti – Hvør eigur rættin til undirgrundina har úti?“ kl. 09.30 Rannvá Biskopstø, granskari, arbeiðir parttíð á Ílegusavninum: „Gransking av autismu í Føroyum tey seinastu 10 árini.“ kl. 10.00 Hans Ellefsen, ph.d.lesandi við Syddansk Universitet: „Makrelstríðið“ kl. 10.30 Jónrit Halling, ph.d., granskari á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu: „Sáðgóðskukanningar í Føroyum“ kl. 11.00 Jim á Horni, vísindafólk á Jarðfeingi: „3D í dýpinum. Jarðfrøði og seismikkur, hvat sær man?“ kl. 11.30 May-Britt Skoradal Jacobsen, granskari á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum á Fróðskaparsetrinum: „Er vandi fyri at 9. floks-næmingar fáa typu 2 diabetes?“ kl. 12.00 Dánjal Jákup Jacobsen, ph.d., granskari hjá Greensteam: „Hvussu kann ein telda læra seg sjálva at spara orku?“ kl. 12.30 Shahin Gaini, ph.d., yvirlækni og granskingarleiðari á medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum: „Sepsis – Blóðeitran – fyrr og nú“ kl. 13.00 Kristin Magnussen, ph.d.lesandi á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum: „Gøtunøvn – uppkalling ella orientering?“

Vísindavøkan endar kl. 00.00 Um ikki annað er tilskilað, eru tiltøkini í Öström Fyrivarni verður tikið fyri broytingum

Fríggjadagur 28. september kl. 16.00 Setan av Vísindavøkuni 2012 Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetrinum setur Vísindavøkuna kl. 16.10, Vísindaroyndir – 19.30 Starvsfólk frá Studentaskúlanum í Hoydølum og nøkrum av granskingar-stovnunum fara at gera ymsar royndir, har børn og vaksin fáa møguleika at taka lut og royna okkurt sjálvi. kl. 16.30 – 19.30 Framløgur kl. 16.30 Amanda Vang, , ph.d., granskari í biomedisin, freelance: „Testing treatments for neuroinflammation using animal models and laser capture“ kl. 16.50 Hans Ellefsen, ph.d.lesandi við Syddansk Universitet: „Makrelstríðið“ kl. 17.30 Jana Ólavsdóttir, ph.d.lesandi á Københavns Universitet, granskari á Jarðfeingi: „Ímyndið tykkum at Føroyar einaferð hava havt Miðalhavs veðurlag“ kl. 17.50 Gunnar Restorff, ph.d., lektari á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum: „Støddfrøðingur í Føroyum – ein letingi millum arbeiðsmenn“ kl. 18.30 Jim á Horni, vísindafólk á Jarðfeingi: „3D í dýpinum. Jarðfrøði og seismikkur, hvat sær man?“ kl. 18.50 Eydna í Homrum, ph.d., granskari á Havstovuni: „Ferðing hjá upsa“ kl. 19.10 Bjørn Kunoy, Dr. lesandi í Université Paris Ouest Nanterre, løgfrøðiligur ráðgevi í Uttanríkistænastuni: „Totalt langt úti: Hvør eigur rættin til landgrunnin har úti?“ kl. 17.00 – 22.30 Útferðir Spor í Tinganesi – kl. 17.00 og 18.30 Útferð á Tinganesi við Rolf Guttesen, sum fer at greiða frá um spor og merki á helluni og aðrastaðni. Farið verður frá Öström. Rundvísing á rannsóknarstovuni – kl. 17.30 og 22.15 Útferð til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, har Debes Christiansen vísir runt og greiðir frá. Farið verður frá Öström. Goymt, men ikki gloymt – kl. 18.00 og 22.30 Útferð til Landsskjalasavnið, har Sámal T.F. Johansen vísir runt og greiðir frá. Farið verður frá Öström. Kaga upp í himmalin – kl. 22.30 Møguleiki at síggja gongustjørnur við stjørnukikara. Pól Jespersen leggur lag á. Á Skálatrøð – um viðrar! kl.19.30 – 22.00 Kvøldseta · Vælkomin ·  Gransking við einum skálkabrosi ·  Umboð fyri dómsnevnd handar virðisløn fyri bestu miðling av gransking ·  Framsýning á stórskíggja av filmum til filmskappingina ·  Umboð fyri dómsnevnd handar virðisløn til besta filmin um gransking ·  Steðgur við royndarsmakking av serøli frá Føroya Bjór ·  Føroyar 5.2. Hvussu ljóða Føroyar? Framførsla hjá ORKA Aftaná er møguleiki hjá fólki at síggja framsýningarnar, hitta granskarar og fara við á rundvísingarnar.


Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.