Fjølnir2014

Page 1

FJØLNIR MEGINFELAG FØROYSKRA STUDENTA

Útbúgving er vegurin

FRAMTÍÐIN ER TÍN Les um føroyingar í

FJARÐSKOTNUM LONDUM Kunning um

STUÐUL OG FRÁDRÁTT Les um fjølbroyttu

TILTØKINI HJÁ MFS


FJØLNIR 2014-2015 Upplag 2000 eintøk Ábyrdarfólk Heidi á Lakjuni Lív Egilsdóttir Olsen Turid Christophersen Ritstjórið Turid Christophersen Lýsingar og framleiðsla Heidi á Lakjuni

Hitt okkum MFS skrivstovan - nú í Føroyum

Lív Egilsdóttir Olsen Fríyrkis blaðfólk Ester Vang Ruth Winther Poulsen Rættlestur Jens Dalsgaard Guðrið Sofía Poulsen Forsíðumynd shutterstock Prent Tryk Net Esthersvej 31 2900 Hellerup Danmark Útgevari Meginfelag Føroyskra Studenta Vesterbrogade 17 A 1620 København V Danmark Tel.: (+45) 31 76 85 88 E-mail: mfs@mfs.fo Heimasíða: mfs.fo Facebook www.facebook.com/ meginfelagforoyskrastudenta

Skrivstova

MFS tilfar á netinum

MFS flutti 10. mars í ár til Føroy­ ar. Hetta tí at vit fáa væl lætt­ari atgongd til miðlar og politisku skip­an­ina, eins væl og vit í størri mun kunnu samstarva við aðrar fel­ ags­ skapir í Føroyum. Ein stór orsøk er somuleiðis, at talið av les­ andi í Føroyum veksur skjótt og nógv, og vit vilja vera við til at byggja sama góða lestrarumhvørvi í Før­ oyum, sum vit hava aðra staðni. Ása Hammershaimb Christ­ ian­­­sen, ið er 27 ár og lesur á Søgu og Samfelagsdeildini, er sett sum skrivstovufólk hjá MFS. Hon droymir longu um tiltøk og annað hon kann skipa fyri saman við lesandi her í Føroyum. Vit vænta at hendan flyt­ ing­ in er øllum føroyskum les­andi at frama, og gleða okkum til nýggju uppgávurnar og at gera tær gomlu betri.

Heimasíðan hjá MFS verður jav­nan dag­førd við tíðindum, grein­um og øðrum viðkomandi til­fari. Aftrat tí, liggja eisini myndir frá tiltøkum, sjón­bond, plakatir, bløðini Fjølnir og Pisan, sambands­møguleikar og mangt, mangt annað. Til ber at tekna seg sum lim á heima­­s­íðuni. Tað er ókeypis at ger­ ast limur í MFS.

FACEBOOK Vit eru sjálvandi eisini á Facebook. Eisini har leggja vit tíðindi og við­ kom­­­andi tilfar út. Leinkið til facebooksíðuna er: www.facebook.com/meginfelag­ foroyskrastudenta. Vit síggja fegin tínar við­merk­ ing­ar á Facebook til okkara virk­ semi, tiltøk og viðkomandi mál. Sig tína hug­san og ger tína rødd galdandi.


iPad Air Fantastiski, lætti og skjóti iPad Air. Nýtt snið og nýggjur skíggi. Nú kanst tú gera meira við minni. Til tey frammarligu.

Tórshavn

Klaksvík

Saltangará

mán–frí 08.00–17.30 leyg 10.00–14.00

mán–frí 10.00–17.30 leyg 10.00–14.00

mán–frí 10.00–17.30 leyg 10.00–14.00

Smyrilsvegur 5 tel. 347 300

Stangavegur 53 tel. 347 310

Heiðavegur 25 tel. 347 320


um MFS » øll kunnu gera mun

» ODDAGREIN

Navn: Turid Christophersen Lesur: Bachelor í søgu, Smátjóðir og altjóðagerð Fróðskaparsetur Føroya Búsitandi í Tórshavn

TAÐ GRØR UM GANGANDI FÓT Tilgongdin av fólki í Føroyum, ið ynskja at nema sær útbúgving, hevur rættiliga tikið dyk á seg. Hækkandi tølini av lesandi fegnast øll um, bæði her og úti í heimi. Brennandi viljin at fáa sær út­búgv­ ing innan eins áhugaøkið, og eitt hækk­andi nýmótans samfelagskrav um høgt útbúgvingarstøði, draga karm­ar­nar sama veg – framá. Saman skapa hesar frumkendu meg­ir røttu møguleikarnir fyri ein­ um universiteti í Føroyum við einum dygd­ar­góðum lestrarumhvørvi og hald­førum dýnamikki. Umframt hetta skapar stóra til­ gongd­ in av føroyskum lesandi í Dan­mark enn betri møguleikar fyri góð­um samanhaldi. Vit, føroysku lesandi, hava fram­ úr­góðar umstøður til hægri lestnað. Vit velja frítt, um vit lesa í Føroyum, Danmark ella heilt aðra­ stað­ ni.

4 — Fjølnir2014

Møguleikarnir eru góðir og fjøl­ broytt­ir. Tað stóra takið er avbjóðingin fyri okkum at passa inn í nýmótans sam­ felagið, sum einstaklingar, og kunna fylgja krøvunum, ið alsamt gerast hægri og avgerandi fyri lívs­ leið okkara. Avbjóðingin er minst líka stór fyri føroyska samfelagið. At veita enn fleiri útbúgvingar, spennandi og útbygd fjarlestrartilboð, umframt stuðul­skipan, krevur at vera hildið við líka og víðkað um. Vit mugu ikki byrgja okkum inni

Heldur eiga vit at víðka tilboðini uttan­ lands við skiftismøguleikum, ið tengjast at útbúgvingunum, ið vit hava her heima. Saman veksa hesi til­boðini í vavi, og tað eina útilokar ikki hinum - heldur øvugt.

vitja okkum á: mfs.fo



far bara - vit fylgja tær

Minst til at fáa alt við: Ferðatrygging - galdandi í londunum, har tú ferðast

Pass - kanna væl eftir og í góðari tíð áðrenn fráferð, um passið er galdandi

Reyða ella grøna kortið - eru kravd í ymsum londum, tá ið tú ferðast uttanlands í bili. Fæst á okkara deildum

Visum - ávís lond krevja visum fyri at sleppa inn í landið

Bláa kortið - vísir tær, hvar tú skalt ringja, um tú ert fyri óhappi uttanlands. Fæst á okkara deildum

trygging.fo

Ferðast trygt – uttan mun til, hvagar leiðin gongur, ella hvørjum tú møtir. Byrja ferðina hjá okkum, soleiðis at tú trygt kanst njóta hana.


um MFS

Vælkomin til Fjølnir Fjølnir er eitt blað, ið er ætlað tær, sum fert undir hægri lesnað bæði í Føroyum og uttalands og nú leitar eftir íblástri til, hvat og hvar tú skalt fara at lesa. Í Fjølni kanst tú lesa um ymiskt í samabandi við lestrarval, lestrarbyrjan og um onnur praktisk viðurskiftir, sum viðvíkja hægri útbúgving. Í Fjølni 2014-2015 er fjølbroytt tilfar um, hvussu tað er at vera lesandi í ymiskum lond­um, har føroyingar eru ella hava verið undir út­búgv­ing. Vit hava valt at varpa ljós á ymisk frí­tíð­ar­ítriv, sum lesandi kunnu nýta, meðan tey lesa. Eisini er nógv áhugavert at lesa um, hvussu tú kanst brúka tína útbúgving við at fara undir at skapa títt egna virksemi, ella um tú ynskir at granska víðari við tínum les­naði. Í blaðnum fært tú lestrarvegleiðing, eins og tú fært upplýsingar um, hvussu tú kem­ur best frá lestrarbyrjan. Vit í Fjølni vilja takka øllum tykkum, sum á ein ella annan hátt hava hjálpt okk­um at gera Fjølnir 2014-2015 til veruleika. Tykkum, ið hava hjálpt okkum at skriva grein­ar, lýsarum, samstarvsfeløgum, limum í ráðnum, nevndunum – og sjálvandi MFS. Stóra takk øll somul. Hetta hevur verið ein sera spennadi og avbjóðandi tíð, og tað hevði ikki verið møguligt uttan tykkara hjálp. Góðan lesihug! Lív, Heidi og Turid

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

árgangur 02 — 007


INNIHALDSYVIRLIT

12... Um MFS

54... lesa í Føroyum

Eik, ask og mfs

PISUDAGAR TIL TEY IÐ UMHUGSA AT FARA UNDIR VÍÐARI LESNA UTTANLANDS.

28 ÚTBÚGVINGAR Á

SETRINUM LES UM FJØLBROYTTA ÚRVÆLI AV ÚTBÚGVINGUM IÐ FRÓÐSKAPAR SETUR FØROYA BJÓÐAR.

58 lestrarhjálp

starvsvenjing

Fíggjar­­ viðurskifti

India les um Vár ið slapp at royna seg sum lærara í India.

Studni, SU, Føroyafrádráttur, góð ráð og skattskyldu.

124

184 LESTUR Í ØÐRUM LONDUM

ARGENTINA 11 LESandi GREIÐA FRÁ UM TEIRRA LESNA UTTANLANDS.

152


83... LestraRlív

113... Lesnaður og arbeiði

135... Út í heim

163... Íblástur eftir lestur

183... Lestrarhjálp

5 vangamyndir

LESTRARLÍV Í

Eydna Skaale, Jóhan troest davidsen, Hanus samró, Øssur debes Eiriksfoss, og Valborg heinesen.

HORNIÐ

KEYPMANNAhavn

50, 80, 110, 132, 158

92 íblástur eftir lesna

GRANSKING stuðul til alt frá ctd til málmenning.

164

tiltøk hjá mfs

Les um

RÆSTKJØTA­ VEITSLAN

Virksemi

24

hjá Meginfelag føroyskra studenta.

12



UM MFS 12 14 16 18 20 22 24 26 28 31 32 34 36 38 40 42 43 44 45 47 48

Hví MFS Hvussu riggar MFS Nýggja ráðið: fokus á Føroyar Virksemið hjá MFS nevndunum Løgtingslóg um broyting - lestrarstuðul Blá orka og grøn menning Ræstkjøtarveitslan 2014 Flaggdagshald í Keypmannahavn Pisudagar kring landið Vitan 2012 Útbúgvingar uttan mørk Spæl teg ríkan Jobmatch riggar Tiltøk á Østrøm MFS stamstarvar við onnur lestrarfeløg Lesa í USA Politisku málini seinastu árini Rágeving styrkir føroyingar í útisetu MFS gleðist Lán er ikki loysnin MFS fegnast


um MFS » meginfelag føroyskra studenta

» FORMAÐURIN SKRIVAR

Navn: Regin Berg Lesur: Løgfrøði, Fróðskaparsetur Føroya Aldur: 24 Bústaður: Tórshavn

HVÍ MFS? stutta svarið er, tí tú gert mun! Tú kann so at siga gera tað tú vil, og fær sera virðismiklar royndir! MFS hevur verið til í meira enn 50 ár. Men hetta merkir ikki, at felagsskapurin sovnar, dovnar og bara hevur gráhærd mann­­­ fólk sum tosa um góðar gamlar dagar. MFS er ein livandi felagsskapur, sum støðugt mennist. Felagsnevnarin øll hesi árini er ung lesandi. MFS er mannað av ungun lesandi, har arbeitt verður fyri at betra um umstøðurnar hjá teimum lesandi. Hvat kann eg gera í MFS? Tú kann gera so at siga alt, sum hevur við lestur og lestrarlív at gera. Tú kann skipa fyri ella vera við til at skipa fyri veistlum, tiltøkum, hjálpa lesandi í neyð, kunna um lívið sum lesandi, arbeiða við politiskum málum, skriva bløð, tíðindaskriv, arbeiða við heimasíðu og so framvegis. Tað er einans hug­ flogið, ið setur markið. Kom

012 — Fjølnir2014

við, tak stig og skapa umstøðurnar hjá teim­um lesandi enn betur. MFS er runt umkring í verðin. Ert tú í Avstralia, Føroyum ella nýggja universi­tet­ inum á mánanum um 50 ár, kann tað gera tað sama. Bara tú ert lesandi og føroyingur, ella lesandi í Føroyum, er tað nóg mikið. Er tað lættari at gera ting í MFS? MFS er ein ótrúliga góður felagsskapur. Tá eg nú gevist í summar, havi eg verið við MFS í eini 5 ár. Harumframt havi eg eisini verður partur av øðrum felagskapum. Hesa tíðina havi eg verið aktivur, havi eg eisini fingið innlit í øðrum felagsskapum, og tað er so at siga eingin felagsskapur, ið riggar eins væl sum MFS og hava eins og stórt good will. Er tú áhugaður í politikki, er MFS akkurát staðið at vera. MFS fær øll lógaruppskot, sum eru

vitja okkum á: mfs.fo


meginfelag føroyskra studenta « um MFS

Kom við! tak stig og skapa umstøðurnar hjá teimum lesandi enn betur

viðkomandi fyri lesandi, hesi verða síðani send til hoyringar. MFS verður bjóða við til hópin av hoyringum í løgtinginum, og sleppa tískil sera lættliga framat fjølmiðlunum. MFS er politiskt óheft, eisini eru vit nokk tann felagsskapurin, sum hevur best innlit í ynski og umstøður hjá teimum les­andi. Av tí sama er tað heilt na­­túr­­ligt, at venda sær til okkara, tá po­­litisku myndugleikarnar ivast í­onkrum, tí vit hava onga aðra dags­skrá enn tey lesandi. Sum ein­ stak­­­­lingar eru vit ein blandingur av reyð­­um, bláðum, eins væl teimum, ið ikki eru áhugaði í politikki. Men­ sum felagsskapur, arbeiður MFS mið­v íst fyri umstøðunum hjá teim­ um lesandi. MFS er tó ikki bara politikkur. Tað er kanska einamest alt tað sosiala vit arbeiða við. Veistlur, sam­ skiftið og framløgur, fyri bara at nevna nøkur dømi. MFS hevur fleiri afturvendandi tiltøk, tað mest vanliga er, at vit skipa fyri tiltøkunum ókeypis. Eisini arbeiða vit í MFS, miðvíst eftir at fáa blaðið, Fjølnir, út hvørt ár. Fjølnir er eitt blað, til ung ið ætla sær undir hægri lesna bæði

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

her heima í Føroyum og uttanlands. Eisini her, hava vit í merkt at fólk eru sera jalig, og kemur tað sjálvdan fyri, at fólk ikki eru áhugaði at geva eina hjálpandi hond. Hvat fái eg av at vera við? Mest av øllum er tað á tí persónliga økinum, har ein kann vinna sær royndir og læra nógv um ymsikt. Ert tú á eini samfelagsligari útbúgving eins og eg, so fær tú brádliga eitt heilt annað innlit. Tú sær hvussu arbeitt verður í tí verðuliga arbeiðslívinum. Tú lærur at samantvinna tín lesna við arbeiði og sleppur tú at gera brúka av tínum førleikum, sum tú hevur við tær frá lesnaðinum. Øll kunnu fáa nakað burturúr við at verða ein partur av MFS. Tú hevur møguleikan at uppbyggja tær eitt netverk við arbeiðsmarknaðin eins og tú fær nýggjar arbeiðsfelgaðar. Tú samskiftir ímillum annað við hópin av fólki í embætisverkinum eins og tí privatu vinnununi. Sum formaður kemur tú í eina støðu, har fólk tú sær dagliga í miðlu­­­ num siga “hey” við teg, og ser­­­­­frøð­ingar tú lesir greinar hjá vita

hvør tú er. Øll hesi sambondini kunnu ikki yvirmetast, tá tað snýr seg um arbeiði og at fáa arbeiði. Eins og tað at hava MFS á CV’num er nógv vert. Mest av øllum er tað tó tað, at ein følur at man ger mun. Tó skal sigast, at lesa kann vera keðiligt. Og tú kann ofta sita og ivast í, hvat mein­ingin við øllum hesum er, og hvat tú skal brúka hetta til. Tá er tað at tað heilt einfalt er deiligt, at hava okkurt sum MFS at arbeiða við. Tú sær tú ger mun. Ting henda. Tað hjálpir fólki. Fólk lurta eftir tær. Tú sam­­­­starv­ar. Tú skipar fyri tingum, sum fólk dáma og hevur tað stuttligt. Kom við – ger mun Um tú ert lesandi, so hevur tú møguleikan at melda teg uppí MFS. Tað tú skalt gera er, at stilla upp á næsta aðalfund hjá MFS. Tú kann gera alt millum himmal og jørð, tú fær sera nógv burturúr at vera við, og tað ger heilt einfalt lestrartíðina meira áhugaverda. Um eingin deild er har tú er, so er møguleikin fyri at stovna eina.

árgangur 02 — 013


um MFS » mfs bygnaður

» FORMAÐURIN SKRIVAR

Navn: Regin Berg Lesur: Løgfrøði, Fróðskaparsetur Føroya Aldur: 24 Bústaður: Tórshavn

HVUSSU RIGGAR MFS? Hvussu riggar MFS? MFS er ein altjóða felagsskapur við bara einum natio­­ nali­teti. Vit eru øll føroyingar, men í og við at vit eru lesandi, merkir tað at vit eru aktiv í fleiri londum. Bara mína tíð hava vit verið í Bretlandi, Danmark, Føroy­ um, Íslandi, Avstralia og Norra. Av tí sama er MFS ein blanding av lokalu nevnd­unum, og ovasta ráðnum, sum verður valt í Føroyum, men meginparturin av samskiftinum er gjøgnum alnótina. Lokaldeildir MFS hevur ymsar lokaldeildir. Nakrar koma og fara, meðan tær í Keypmannahavn og Føroyum eru rætti­ liga konstantar. Er eingin lokaldeild har tú er, so er tað bara at seta teg í samband við MFS, og so stovna eina deild. Lokaldeildirnar virkar í stóran mun

014 — Fjølnir2014

óheftar av yvirordnaða ráðnum. Tær skipa fyri tiltøkum, veistlum, og virka fyri ítøki­ lig­um viðurskiftum hjá teimum lesandi har júst tey eru. Eitt sum er øgiliga vanligt hjá lokaldeildum at gera, er at skipa fyri ymsum tiltøkum. Tað er lættari at skipa fyri til­ tøkum, um ein er við í MFS, av tí at MFS kann veita fígging. MFS hevur hópin av royndum, og hetta gagnnýta lokalfeløgini, til at gera lestrarlívið meira spennandi hjá teimum lesandi. Hvør deild hevur eitt forfólk og nakrar limir. Hvussu deildirnar skipa seg og annað, avgerða deildirnar sjálvar. Ráðið og fórfólk MFS verður sam­ bært reglugerðini stýrt av MFS ráðnum. Ráðið hevur í mesta lagi 11 limir, og skal hava forfólk, næstforfólk, skrivara og kassa­

vitja okkum á: mfs.fo


mfs bygnaður « um MFS

Er eingin lokaldeild har tú er, so er tað bara at seta teg í samband við MFS, og so stovna eina deild

meistara. Harumframt skipa ymsu ráðini seg ofta nærri við til dømis, at hava samskiftisfólk, blaðfólk og møguliga heimasíðufólk. Ráðið tekur allar tær stóru av­gerðirnar. Skal MFS sum felags­ skapur úttala seg um eitt politiskt mál, skulu vit sum felagsskapur halda hetta ella hatta, og hvørjar við­ merk­­­ingar MFS senda til tí politisku skipan­ ina um lógaruppskot. Ráðið skipar eisini fyri øllum teimum størru tiltøkunum, hetta verður ofta gjørt í samstarv við lokaldeildinum. Blaðið hjá MFS, Fjølnir, heimasíðan, pisu­ dagarnir, Markleys Útbúgving og Jobmatch eru nøkur dømi um tíltøk, sum ráðið hevur skipað fyri. Tekniskt sæð er tað forfólkið, sum skal vátta hvørjaferð peningur skal játtast til eitthvørt, men siðvenjan er, at ráðið tekur tær avgerðirnar í felag – tó at forfólkið sjálvandi hevur ábyrgdina. Forfólkið í MFS er vanliga tann per­ sónurin, sum úttalar seg, tá mið­larnir spyrja um eitthvørt. Júst í løtuni er formaðurin í Føroyum, og av tí sama er tað natúrligt, at forfólkið er við til allar størri fundir vit hava við myndugleikar, umframt

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

at forfólkið hevur ein mánaðarligan fund við rektaran og fíggjarleiðaran á setrinum. Forfólkið fær 2.000 kr. um mánaðin, ið nokk mest má sigast at vera ein symbolsk upphædd, saman­­borðið við hvussu nógv arbeiði er í sessinum. Ráðið hevur ein Facebookbólk, har vit næstan dagligt kjakast um ymiskt, umframt at ráðið fundast hvønn fyrsta týsdag í mánaðinum á Skype. Skrivstovan hjá MFS hevur verið í Danmark øll tey árini MFS hevur verið til. MFS hevur eitt skriv­stovufólk í starvi, sum arbeiðir 10 tímar um vikuna. Viðkomandi tekur sær av meginpartinum av sam­ skiftinum millum MFS og aðrar stovnar/persónar, tekur sær av roknskapinum, ráðgevir lesandi og er við til at skipa fyri teimum til­tøkunum MFS skipar fyri. Skriv­ stovu­ fólkið (sum vanliga eisini er kassa­ meistari í MFS) kunnar um fíggjar­­ støðuna á hvørjum fundi. Serliga forfólkið og skrivstovufólkið samskifta nógv. Í mars mánaði 2014 flutti skriv­ stov­an heim til Føroyar. Hetta tí at

munandi fleiri lesandi eru í Føroyum nú og nógv bendir á, at hetta talið helst bara fer at vaksa komandi árini. Tí sær MFS, hetta sum ein fyrimun, at skrivstovufólkið kann vera við til fundir og annað samskiftið við føroyskar myndugleikar og fyritøkur. Ætlanin er at skrivstovufólkið eisini skal vera við til at skipa fyri sosialum tiltøkum fyri lesandi í Føroyum. Fígging MFS fær 180.000 krónur í stuðul frá landinum um árið. Hesin peningurin fer til lønir, tiltøk, virk­ semi og til grunnin Flogvit, ið veitur stuðul til føroysk lesandi. Megin­ part­urin av tí MFS ger, er bygt á góð­viljan sum stovnar og persónar hava mótvegis MFS. Tað er sera van­ligt, at vit megna at skipa fyri til­tøkum ókeypis ella sera bíliga, so at siga alt arbeiðið er sjálvboðið.

árgangur 02 — 015


um MFS » mfs ráðið

» RÁÐIÐ SKRIVAR

Nýggja ráðið: Navn: Regin Berg Lesur: Løgfrøði, Fróðskaparsetur Føroya Aldur: 24

FOKUS Á FØROYAR

Bústaður: Tórshavn

AÐALFUNDUR 27. juli 2013 hevði Megin­­­ felag­Føroyskra Studenta aðalfund. Tíggju fólk vórðu vald í ráðið, fimm teirra nývald, og nýggj­ur formaður í MFS er Regin Berg. Aðal­ fundurin heitti á ráðið um serliga at arbeiða við nøkrum viðurskiftum, sum einamest hava týdning fyri lesandi í Føroyum. Eitt uppskot varð sent ráðnum um at broyta reglugerðina, soleiðis at útlendingar, sum lesa í Føroyum, kunnu verða limir í MFS. Aðalfundurin samtykti einmælt hesa broyt­ing, av tí at tað er ein natúrlig uppgáva hjá MFS at stuðla øllum lesandi í Føroyum. MFS heitti á ráðið at arbeiða fyri at studningurin til føroysk lesandi hækkar, verður prístalsviðgjørdur, og at ein fær studning í 12 mánaðir heldur enn 11. Hetta av tí einføldu orsøk, at studningurin lesandi í Føroyum fáa, er alt ov lítil til at ein kann liva av studninginum. Serliga tá ein hugsar um avmarkaðu bústað­ar­­møguleikarnar og kostnaðarstøðið í Føroyum, er hetta ein trupulleiki hjá lesandi. Hóast fleiri vilja lesa í Føroyum, og sera nógv lesandi halda, at

016 — Fjølnir2014

Føroyar eru besta staðið at vera sosialt og fyri framtíðar møguleikar, so ger tað fíggjarliga, at nógv noyðast at fara av landinum. Hægri lestur er eitt fulltíðarstarv, og allar kanningar vísa, at tað eru tey fæstu, sum kunnu arbeiða serliga nógv afturat lestrinum, uttan so at tað gongur útyvir prógvið. Á aðalfundinum var semja um, at MFS skal arbeiða fyri, at ÚSUN ikki verður umlagt til lán, eins og at rentan á lestrar­­ lánum skal lækkast. At enda heitti aðal­ fundurin á ráðið um at skipa fyri eini árligari kanning av liviumstøðunum hjá lesandi í Føroyum. Takk fyri Fýra teirra, sum vóru við í gamla ráðnum, stillaðu ikki upp aftur. Hesi vóru Teitur Vágadal, Martin Mohr Olsen, Hallur av Rana og Maria Ziskason Nesá. Vit vilja fegin takka teimum fyri arbeiðið tey hava gjørt farnu tíðina. Serliga vilja vit takka Martini og Teiti, sum hava verið virknir í MFS í fleiri ár, og hesa tíðina hava verið millum teir mest virknu og arbeiðssomu í ráðnum.

vitja okkum á: mfs.fo


mfs ráðið « um MFS

MFS ráðið sær soleiðis út

Regin Berg, formaður

Lív Egilsdóttir Olsen

Eirikur Sanderson

Birita í Dali, næstforkvinna

Guðrið Poulsen

Marin Helena Hentze

Turid Christophersen

Heidi á Lakjuni

Jens Mortan Rasmussen

Oda Strøm, skrivari

Birita í Dali, Universitetet i Tromsø, afturvald. Eirikur Sanderson, Copenhagen Business School, nývaldur. Guðrið Poulsen, Fróðskaparsetur Føroya, nývald. Heidi á Lakjuni, Roskilde Universitet, nývald. Jens Mortan Rasmussen, Fróðskaparsetur Føroya, afturvaldur. Lív Egilsdóttir Olsen, Professionshøjskolen Metropol, nývald. Marin Helena Hentze, Aalborg Universitet,

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

afturvald. Oda Strøm, Københavns Universitet, nývald. Regin Berg, Fróðskaparsetur Føroya, afturvaldur. Turid Christophersen, Fróðskaparsetur Føroya, afturvald. Regin Berg gjørdist formaður, Birita í Dali næstforkvinna, Marin Helena Hentze kassameistari og Oda Støm, skrivari.

árgangur 02 — 017


um MFS » keypmannahavnarnevndin

» NEVNDIRNAR SKRIVA

Navn: Eirikur Sanderson

VIRKSEMI HJÁ MFS NEVNDUNUM

Lesur: BSc Business Administration and Sociology, Copenhagen Busines School Búsitandi í Keypmannahavn

MFS Keymannahavnnevndin Føroyski

lestrar­­­felagskapurin í Keypmannahavn, virk­­ar­ fyri at skapa mennandi og viðkomandi til­tøk fyri allar føroyingar, sum lesa í Keyp­manna­ havn. Tiltøkini eru gjørd við tí fyri eyga at savna og knýta lesandi føroyingar tættari hvør at øðrum og við heimlandið við at lýsa viðkomandi sosial-politisku viðurskifti, sum gera seg galdandi á føroysku dagskránni. Við tiltøkum sínum, vil MFS skapa hug­ na­ ligar, samstundis fakliga, politiskt við­­kom­andi løtur fyri føroyingar, ið lesa í Keyp­mannahavn. Arbeiðið í keypmannahavnnevndini

er fjølbroytt. Alt eftir hvat slag av tiltaki talan er um, kann tað fevna um sera ymiskar uppgávur. Harumframt er kjakið á fundunum mangan sera breitt. Hetta kemst av at nevndarlimirnir koma úr sera ymisk­ um lestrargreinum og tískil kunna hava ógvuliga ymisk sjónarmið um tey mál og evni, sum nær sum helst eru til umrøðu. Fjøl­broytni í nevndini er eisini við til at gera sjálvt nevndararbeiðið bæði spennandi og menn­andi fyri tey luttakandi. Tá ið tiltøk verða fyrireikað hittast nevnd­ arlimir javnan á fundum og hesum fund­um verður støða í fyrsta lagi tikin til, hvørji viðkomandi evni ið ljós skal varpast á.

018 — Fjølnir2014

Í øðrum lagi tá evnið er valt og teir neyðugu fyri­spurningar eru farnir út og svar komið aftur, kemur nevndin aftur saman til fundar og har verður gjørt av, hvussu tann praktiski part­urin av tiltakinum skal fáast uppá pláss, og hvussu farast skal fram til at náa besta úrsliti. Sum heild hevur seinasta árið verið eitt gott ár. Lokala nevndin í Keypmannahavn hevur skipað fyri fleiri ymiskum, góðum og viðkomandi tiltøkum, sum hava fingið góða undirtøku millum føroysk lesandi. Av hesum tiltøkum kunnu nevnast eitt nú árliga ræstkjøtaveistlan, flaggdagshaldið á Regensinum og upplýsandi kjak­til­takið, ”Orka úr Ódni og Brimi”. Øll hesi tiltøk vóru stak væleydnað. Nevndarlimir

Forkvinna - Marjun Lindarstein, Næstformaður - Eirikur Sanderson, Anna Sofía Lava Ann Krista Í Dali Birita Í Dali Elin Sofía á Tjaldrafløtti Vestergaard Turið Maria Jóhansdóttir Marin Helena Hentze Marita Klein Joensen Katrin Fríða Jógvansdóttir Oda Strøm.

vitja okkum á: mfs.fo


um MFS » føroyanevndin

» NEVNDIRNAR SKRIVA

Navn:: Turid Christophersen Lesur: Bachelor í søgu - Smátjóðir og altjóðagerð Stað: Fróðskaparsetur Føroya Búsitandi í Tórshavn

MFS FøroyaNEVND arbeiðir fyri at betra um lestrarumstøður og umhvørvið hjá lesandi í Føroyum. Føroyska deildin skilir seg eitt vet frá hin­um deildunum hjá MFS, tá ið hon eis­ini er samlað á einum og sama stað, Fróð­­skap­ar­ setur Føroya. Allar deildirnar hjá MFS eru sett­ar í ymiskum býum, men tey, ið manna nevnd­ irnar kunnu verða frá ymiskum univers­itetum í býnum, har deildin virkar. Føroyska nevndin verður tí eisini merkt av tí samskiftinum, ið hon hevur við leiðsluna á Setri­num, og tí virkseminum, ið hon kann gera við at verða til staðar í Føroyum. Tiltøk hjá Føroyanevndin

Í 2012 varð nevndin virkin við at skipanini av tiltakinum, Vitan 2012 og Telduspøl í Føroyum. Tiltakið Vitan 2012 hevði eina breiða og spennandi skrá við íverksetan, um um­ støð­­ur­nar hjá maskinmeistarum, akademia í Før­oy­um og Human-Dolphin-Research. Tiltakið ”Telduspøl í Føroyum” lýsti og spurdi um møguleiki var fyri einari vinnu­grein við framleiðslu av telduspølum í Føroyum, eftir luttakara skaranum, má sigast, at áhugin er tilstaðar. Á tiltakinum var millum annað fyrilestur við Mark Craig, ið dagliga starvast við fram­leið­slu av telduspølum. Hoyringsskriv

Tey, ið manna føroysku deildina hava fingurin á pulsinum fyri, hvat hendur á lestrarøkinum í Føroyum. Tað ger eisini, at tað ofta er eru tey, sum svara uppá hoyringsskriv, eru við til hoyringar í løgtinginum og annars luttaka á tiltøkunum, ið eru í Føroyum. Samskifti við sjálvt ráðið er tó hornasteinur í hesum

019 — Fjølnir2014

arbeiði, eins og fleiri av limum í Føroya deild eru partur av MFS ráðnum. Seinastu árini eru heldur onki undantak, tá ið Føroya deild hevur luttikið á tiltøkum, um eitt nú uppbygging av lestrarsamfeløgum og umframt fólkafráflyting. Samarbeiði við Setri

Føroya deildin hevur seinastu tíðina arbeitt nógv saman við leiðsluni á setrinum, um at skipa tiltøku, fyri at betra um les­trar­ um­hvørvið. Eitt av málunum hevur verið at skipa felags tiltøk fyri øll lesandi. Tá les­andi á setrinum til dagligt eru og virka í deildunum, hevur ynski verið at skipa eitt størri felags lestrarumhvørvi. Tí var eisini ein roynd gjørd at skipa felags jólaborðhald, hettar eydnaðist tó ikki, tá ið undirtøkan var ov lítil, og tíðin nokk ikki búgvin. Setrið hevur seinasta ári arbeitt við at fáa lesandi umboð á hvørjari deild. Lesandi á setrinum hava haft ein verkætlanar bólk, ið hevur skipað byrjanina til eitt ráð teirra les­ andi, ið var valt fyrstu ferð oktobur 2012. Føroya deild hevur somuleiðis luttikið aktivt í arbeiðinum um, at skipa ráð teirra lesandi og verður í løtuni samskifti um, hvussu mest kann fáast burturúr framyvir. Nevndarlimir

Forkvinna - Turid Christophersen Næstformaður - Teitur Vágadal Jens Mortan Rasmussen Ann Krista Í Dali Hallur á Rana Nýtt val til føroysku deildina er sett út í korti, tað er tó ikki vist júst nær. Núverðandi nevndin er hendan, og er tann sama sum frá seinast vali.

vitja okkum á: mfs.fo


um MFS » hoyringar

» LESTRARSTAÐ – FØROYAR

Navn: Teitur Vágadal Lesur: Sjúkrarøktarfrøði Fróðskaparsetur Føroya, Bústaður: Tórshavn

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul Ella okkurt sovorið!!! Tá ein er í nevnd

hjá MFS og tílvildarliga býr í Føroyum, og harumframt einki hevur ímóti at lesa lógir, ja, so verður ein útsettur fyri tílíkari yvirskrift. Eitt av arbeiðunum hjá ráðnum er, at samskifta við Løgtingið og Landsstýrið í Føroyum um ymisk viðurskifti, sum ávirka lesandi. Javnan koma ymisk lógaruppskot, har MFS skal siga sína hugsan. Summar

020 — Fjølnir2014

lógir eru sera stuttar og krevja ikki serliga nógv og eru líka til. Eina til tvær síður at lesa, og til aðra tíðir kunnu tað vera tíggjutals síður. Hvussu arbeiður MFS við lógar­ upp­skotum? Í ráðnum eru í mesta lagi

11 fólk, og Skype-fundir eru umleið sættu hvønn mána. Føst mál eru til viðgerðar, og so eisini aktuell mál. Í summum førum

vitja okkum á: mfs.fo


hoyringar « um MFS

MFS er ein sera týðningarmikil felags­skapur og serstakiliga, tá tað kemur til lógaruppskot og politiska arbeiðið í landinum verður samskift via t-post, um tað er okkurt ávíst, ið hevur eitt sindur størri skund. Tað tykist afturvendandi, at fólk, ið siga ja til nevndararbeiðið í MFS, eru politiskt áhugaði á ein ella annan hátt. Hetta er við til, at gera tað lættari, tí at fólk hava eina hugsan um ymisku málini, ið tørva við­ merkingar. Vandin er sjálvandi eisini tann, at mál eru í vanda fyri at gerast politiskt litaði, men míni 3 ár í MFS hava mótprógvað hetta. Í míni tíð í MFS vóru næstan allir politiskir flokkar umboðaðir óbeinleiðis í nevndini, men arbeiðslagið var gott og fokus var bert: Útbúgving og korini hjá lesandi. Tá málið er so fokuserað, er tað oftani lætt at koma til eina felags semju. Harumframt er tað eisini ein fyrimunur, at fólk undir hægri lesnaði læra at vera objektiv og fyri­ halda seg til fakta, ístaðin fyri rein­ar politiskar hugsjónir. Eg meini, at í hesi 3 árini var tað bert eitt ella tvey mál sum ósemja var um, sum vit so seinni komi til eina semju um. Persónlig hugsan Til tíðir er ein

noyddur, at fara oman í Løgtingið, at bera fram hugsanir hjá MFS, men

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

er hattar sera áhugavert. Gleðiligt er tað, at MFS, sum áhugafelagsskapur, verður boðin til hoyringar í ymisku nevndu­num, men samstundis er tað eisini ábyrgdin, at bera tann sam­­­­­­­­laða boðskapin hjá MFS fram. Havi upplivað einar tvær ferðir, at skula oman og bera boðskapin hjá MFS fram, sum eg ikki havi verið heilt samdur við. Hetta hevur verið ein av­bjóðing, men her er tann hægri les­naðurin komin mær til góðar, tí at ein hevur lært at vera sakligur og bera sjónarmið fram. Til tær ymisku hoyr­ingarnar, havi eg eisini upplivað eina positiva tilgongd til MFS frá Løg­ tinginum. Sjálvandi kundi ein hugsað sær, at lurtað varð meira eftir, men soleiðis er politikkur nú eina ferð. Skal nevnast nakað mál, sum MFS serliga kann fegnast um, er tað dimmitendsatsurin. Hetta var eitt mál, sum MFS tók upp fyri einum tveimum árum síðani. Tað er ikki langt frá, at hetta byrjaði við onkrari beinleiðis áheitan frá onkrum lesandi. MFS fekk so borið hetta ynskið fram í miðlunum, og eftir at hava samskift við m.a. ALS, politisku myndugleikarnar og Studna, sær út til at nærkast verður

eini loysn. Akkurát hvussu tað skal gerast, má so politiski myndugleikin finna útav, men hugskotini og nógvir tankar hava verið vendir av bæði MFS og øðrum. Lobbyisma loysir seg MFS eru lobbyistar, og havi eg funnið útav, at MFS er ein sera týðningarmikil felags­skapur og serstakiliga, tá tað kemur til lógaruppskot og politiska arbeiðið í landinum. MFS verður í verandi løtu hoyrt av Løgtingi og Lands­stýri, og er MFS eisini vorðin ein rødd, ið hoyrist í samfelaganum. So ert tú ein persónur, ið dámar væl lógir, so er MFS eisini fyri teg og hevur brúk fyri tínari hjálp. Tað kemur eisini væl við á tínum CV, at ein hevur verið í MFS á onkran hátt. Eg vildi so ikki verið tað fyri uttan.

árgangur 02 — 021


um MFS » grøn orka

» Orka úr ódn og brimi

Navn: Eirikur Sanderson Lesur: BSc Business Administration and Sociology, Copenhagen Busines School Búsitandi í Keypmannahavn

Blá orka og grøn menning Til tess at varpa ljós á og at kunna um viðurskiftini um grøna menning og útlát í Føroyum, skipaði MFS fyri tiltakinum “Orka úr ódn og brimi” tann 17. mai 2013 á Norðurbryggju. Yvir 60 føroysk lesandi høvdu lagt leiðina framvið hetta kvøldið. Dentur var lagdur á, hvussu Føroyar kunnu minka um CO2 útláti, og hvørjar møguleikar Føroyar hava fyri at menna um grøna og bláa orku og roynt var at seta hetta kjakið í eina hægri samfelagsliga raðfesting. Samanumtikið var lýst, at Føroyar hava síðan 2005 lækkað útlátið við 7%, tó mál­ini, ið

022 — Fjølnir2014

Føroyar hava sett sær eru at lækka út­látið við 20% í 2020. Umframt hesum, var sagt at síðan 2009 hava Føroyar havt ein veður­lags politikk/ vakstrarhúspolitikk, ið hevur til endamáls at lækka um vak­s­trar­hús­gass­ini, men higartil hevur tað ikki havt úrslit við sær, tí útlátið var hægri í 2012 enn 2009. Føroyar eru eitt lítið land, og útlátið

er í hægra lagi lutfalsliga til íbúgvatalið. Hetta kemst millum annað av fiskiflotanum, ið letur út 37% av saml­aða útlátinum av CO² í Føroyum, og fiskaídnaðinum, ið brúkar 37% av samlaðu lívrunnu nýtsluni í Føroyum. Eisini var nevnt, at stór frammgongd hevur

vitja okkum á: mfs.fo


grøn orka « um MFS

verið á el-økinum, og at um fyri­treyt­ inar halda, so ber til at náa í 2020 einar Føroyar, har 70% av el-fram­ leiðs­ luni stavar av varðandi orku. Tiltakið var lagt til rættis soleiðis, at framløgur vóru at hoyra frá teim­um ymsu umboðunum fyri fram­taks­fe­løg­­

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

ini og Vinnumálaráðið, millum hesu umboð taldu; Suni Petersen fyri Um­ hvør­v­i­s­stovuna. Meinhard Elia­sen fyri Jarðfeingi. Terji Nielsen, verk­frøð­ingur og verkætlanarleiðari hjá SEV. Johan Dahl, Landsstýriðsmaður í vinnu­ ­ málum. Tá liðugt var at leggja fram hjá

um­­ boð­ unum, var skipað fyri einum pall­­ borðs fundi, har áskoðarar settu áhuga­ verdar spurningar, umframt at um­ boðini sluppu at útdýpa seg eitt sindur meiri. Eirikur Sanderson og Marjun Lindarstein vóru orðstýrarar.

árgangur 02 — 023


RÆST­KJØTA­­ VEITSLAN 2014 Eitt afturvendandi tiltak hjá MFS í Keyp­manna­havn er vælumtókta ræst­kjøta­veits­lan, eins og undanfarin ár var útselt til veitsluna. Tað var eitt kalt kvøld í február, at lesandi og onnur kundu leita sær oman í fjálga bláa húsið á Vester­brogade, sum legði karmar til eitt stuttligt og væleydnað kvøld. Tað var ikki frítt, at tað var eitt stórt smíl, vit møttu, tá gestirnir trinu inn um gátt; angin av ræsta kjøtinum av Sandi hevði langan veg bjóðað gestunum vælkomnum, sum MFS’arin og kokkurin Marin Helena Henze hevði hjúklað um allan dagin. Umframt ræst kjøt og súpan, var sitrónskúm við hindberjum og kaffi at fáa omaná, øl frá Føroya Bjór og Lívsins vatn - tjóðarsnapsur føroyinga. Tónleikur Undir borðhaldinum spældi Mann­ bjørn Anthoniussen, Tóra Vestergaard sang nakrar sang­ir, og okkurt stuttligt innslag var eisini. Mett og væl­sett ruddaðu vit borðini, og Afrokid diskaði til tann ljósa morgun.



um MFS » flaggdagshald

» TILTØK –­ KEYPMANNAHAVNARNEVNDIN

Navn: Turid Maria Jóhansdóttir Lesur: Social arbeiði á Aalborg Universitet. Aldur:26 Bústaður: Keypmannahavn

FLAGGDAGSHALD Í KEYPMANNAHAVN Eftir at hava ligið stilt í áleið 10 ár, tók MFS Keyp­­­manna­­havnarnevndin upp aftur táttin at skipa fyri almennum flaggdagshaldi á studentagarðinum Regensen. Merkið var sjálvsagt heiðursgestur og vundið høgt á stong til skoða fyri øllum teimum, ið høvdu leitað sær inn á Regensen. Og vakurt blaktraði Merkið í lotinum hendan sólríka dagin. Tiltakið byrjaði við rundferð á Regensen. Tað var Bartal Nolsøe Poulsen, ið býr á studentagarðinum, sum vísti fram og greiddi

Flaggdagshald

026 — Fjølnir2014

á

Regensen

frá. Mannbjørn Jacobsen og Hans Mols Morten­ sen hildu hvør sína røðu við støði í søguliga staðnum, og eftir hetta bar Sissal Kampmann fram flaggdagsrøðuna. At enda vóru føroyskir sangir sungnir. Umframt talur og sang, bjóðaði MFS ókeypis kaffi, te og køku, og øl til keyps. Hugnaliga samveran og at fólk møttu so fjølment hendan góðveðurs dagin ger, at árliga flaggdagshaldið á Regensen avgjørt ikki skal detta niður fyri aftur.

vitja okkum á: mfs.fo


Sum útiseti sleppur tú lættliga og bíliga heim við Norrönu

Góða danska ferðasambandið merkir, at lætt er hjá tær at ferðast norður til Hirtshals, har Norröna bíðar eftir tær – eisini um tú ferðast uttan bil.

Vitja www.smyrilline.fo/utisetar ella ring +298 345900


um MFS » pisudagar kring landið

» PISA – HVAT SO?

Navn:: Turid Christophersen Lesur: Bachelor í søgu - Smátjóðir og altjóðagerð Stað: Fróðskaparsetur Føroya Búsitandi í Tórshavn

Pisudagar kring landið Pisudagar kring landið MFS, ASK og

Eik skipað fyri sera vælumtóktu pisudøgunum, til tey sum umhugsa at fara undir víðari lesna uttanlands. Senastu árini hava MFS, ASK og Eik skipað fyri sera vælumtóktu pisudøgunum. Hetta tiltakið er ætlað øllum teimum, ið fara undir víðari lestur uttanlands, og endamálið er, at geva teimum lesandi høvi at seta spurningar, fáa góð ráð og tosa við onnur, ið eru í somu støðu sum ein sjálvur. Hetta fyri at øll skulu koma so væl frá byrjan sum gjørligt. Pisudagar 2013 vóru á deildini hjá Eik í Saltangará, á Miðnámsskúlanum í Suðuroy og á Ungdómsdeildini hjá Eik í miðbýnum í Havn. Uppmøtingin var heilt einastandandi, tí bæði í Saltangará og í Havn komu fleiri enn væntað. Umframt MFS, ASK og Eik vóru føroyska Ráðgevingin í Danmark og Leinkjan. fo eisini við í ár. Á hvørjum stað var leisturin tann sami: Eik bjóðaði fyrst vælkomin og gav góð ráð um fíggjarlig viðurskifti. Síðan hevði MFS fram­løgu um, hvussu tað er at verða lesandi uttan­lands, hvat er gott, at gera fyri at fáa eina

028 — Fjølnir2014

góða byrjan á lesnaðin og hvussu lesandi kunnu fáa gleði av MFS. Eftir MFS, hevði umboð frá Vinnu­ húsinum framløgu um Leinkjan.fo og hvussu hendan kann binda føroyskar fyritøkur og fólk undir útbúgving tættari saman. Síðan hevð Randi Johannesen frá Ráð­gev­ ing­ini í Keypmannahavn framløgu um hvørji við­ur­skifti ein skal hava uppá pláss áðrenn ein byrjar at lesa, so sum skattafrádrátt, ferðaískoyti, lest­rarstuðul og bústaðarviðurskifti. Har­eftir greiddi Holger Arnbjerg frá ASK, ið hevur drúgvar royndir av at vegleiða lesandi, frá hvussu ein kann brúka ASK í samband við hægri lesnað og hvussu ein kemur væl frá les­ trar­­byrjan. Eftir hetta vóru fólk deild í bólkar alt eftir hvar tey skuldu lesa, har høvið var at tosa við onnur ung, ið vóru/fóru uttanlands í lestrarørindum. Eisini var møguleiki at seta øllum feløgunum, ið høvdu upplegg, umframt lestrarfeløgum á ymskum skúlum í Danmark, nærri spurningar. At enda kundu tey lesandi “mingla”, fáa sær eitthvørt leskiligt at eta og annars lurta meðan Rasmus Borðoy diskaði.

vitja okkum á: mfs.fo



GÓÐ RÁÐ

FRÁ PISUDØGUNUM KRING LANDIð

Áðrenn tú flytir

• • •

Søk íbúð í góðari tíð, t.d. hálvt ár framman­­undan. Legg pengar til síðis. Bið um danskt cpr.nr. og nem id, tá flutt verður til Danmarkar.

Komin upp á pláss

• • • • • • • • •

Sum tað fyrsta, verð sosialur í nýggja flokkinum. Tað eru ymsir stovnar/feløg, ið kunnu hjálpa við ymiskum trupul­­­­­leikum. Finn fram til teir, m.a. vit, Ráðgevingin, Føroyahúsið ofr. Finn eitt lestrarstarv (um tíð er til tess). Far uppí MFS og aðrar felagsskapir. Ferðast í og uttan fyri landið, har tú ert. Fá tær eisini vinfólk, sum ikki eru úr Føroyum.
 Luttak á tí sosiala; ‘madklub’, veistl­um, ‘rustur’, hóast tú bert drekkur Cocio! Tú fært eitt netverk og sam­band við tínar liðfelagar, sum tú altíð kanst heita á, sparra við, minn­ast freistir og annað saman við! Keyp bøkur í góðari tíð. Finn bókasøvn í økinum.

• • • • • •

Keyp inn eina ferð um vikuna (keyp stórt inn, saman við øðrum). Keyp ferðseðil heim í góðari tíð. Keyp eina súkklu; eins skjót og bílig loysn.
 Keyp møblar í genbrug ella IKEA.
 Hygg eftir, hvar bíigur ma­t­vøru­hand­larnir eru, og lær teg at keypa inn vikuliga. Kanna hvar tú kanst keypa brúkt­ar bøkur, e-bøkur ella á hvørjum bóka­savni, tú kanst læna bøkur.

Ting at minnast til og spurningar at seta

• • • • • •

Hvørjum tryggingum hevur tú tørv á? Hvar fært tú studenta avsláttur á vørum, flutningi og almennum tæn­a­s­t­­um? Minst til at kekka tíni skatta­viður­skifti. Minst til at kekka, at tú hevur fingið øll neyðug pappír til skúlan. Minst til at melda teg í ein A-kassa. Kekka, at tú hevur atgongd til internet antin heima, á út­búgv­ing­ar­staðnum ella á bóka­savn­i­num.

Leinkjan millum lesandi og vinnulív Skalt tú í holt við verkætlan ella uppgávu, og hevur tú hug at taka støði í føroysku vinnuni? Leinkjan.fo skapar sambond millum føroyskar fyritøkur og føroyingar undir útbúgving. Á leinkjan.fo finnur tú verkætlanir sum fyritøkur hava skrásett. Á henda hátt sleppur tú, sum part av útbúgvingini, at arbeiða við verkætlanum, ið vinnulívið hevur tørv á. Fá meira at vita á www.leinkjan.fo

VinnuhúSið eigur og rekur Leinkjan.Fo


um MFS » vitan 2012

» VITAN, UMMÆLI OG VITAN 2012 Vitanarsamfelagið er framtíðin, og vil MFS vera við at fremja vitanarsamfelagið í Føroyum. Hetta er annað árið, at MFS skipar fyri VITAN, og aftur í 2012 var skráin á tremur við áhugaverdum fyrilestrum

Navn:: Turid Christophersen Lesur: Bachelor í søgu - Smátjóðir og altjóðagerð Stað: Fróðskaparsetur Føroya Búsitandi í Tórshavn

VITAN MFS skipaði aftur í 2012 fyri VITAN

VITAN er ein røð av kjakfyrilestrum, har fokus­ økið er vitan. Vitanarsamfelagið er fram­tíðin, og vil MFS vera við at fremja vit­ anar­sam­felag­ið í Føroyum. Hetta er annað árið, at MFS skipar fyri VITAN, og aftur í 2012 var skráin á tremur við áhugaverdum fyrilestrum. Malan Marners­dóttir, varða­rekt­ari á Setri­­num setti til­takið. Tiltakið var ikki bert ætla lesandi, men fyri øll við áhuga í vitan og við brelli at læra okkurt nýtt. Íverk­s et­a rar, eld­­sálir og und­an­gongu­menn Hans Fróði Hansen og Hanus Samró góðu út av sínum royndum og ætlanum.

Nógv kjak hevur verið um útbúgving og aka­ demikarar og teirra leiklut í Føroyum. MFS vil altíð virka fyri betri møguleikum og umstøðum at dyrka útbúgving í Føroyum. Leivur Persson frá BLF, felagið fyri bú­ skap­ ar- og løg­ frøð­ing­ar, greiddi frá støð­­uni í Før­oy­­um. Erika Hay­­ field, sum hevur royndir í tí privata, og sum nú arbeiðir í Vinnu­­mála­­­­ráðnum, hugleiddi um evni.

Maskinmeistarar og elektrikarir

Human-Dolphin-Research

Umstøðurnar hjá maskinmeistaraum og el­ek­ t­rik­arum, sum fara uttanlands at arbeiða, vóru við­g jørdar. Har Poul Kristian Henriksen, frá Vínnu­háskúlanum og Magnus Magnussen, for­maður Føroya Handverksmeistarafelag at greiddu frá. Á døgurða var høvi hjá luttakarum at práta

Seinasti fyrilesturin varpaði ljós á, hvussu delfinir kunnu brúkast í viðgerð fyri børn við menningartarni. Hetta vóru týskarar, sum hava roynt og ment eina viðgerð, sum vísur áhugaverd úrslit. Roma Spring, Volker Todt og Richard O’Barry greiddu frá.

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

við MFS-umboð um, hvat MFS kann gera fyri lesandi, og koma við góðum hugskotum til hvussu MFS kann gerast enn betri. Akademia í Føroyum

árgangur 02 — 031


um MFS » útbúgving á klett­unum og uttanlands

MARKLEYS ÚTBÚGVING

Navn: Teitur Vágadal Lesur: Sjúkrarøktarfrøði Fróðskaparsetur Føroya, Bústaður: Tórshavn

ÚTBÚGVINGAR UTTAN MØRK Markleys Útbúgving samlar øll mið­náms­skúlalesandi kring landið til eitt stórt upplýsingartiltak í Norður­ landa­húsi­num, um útbúgving á klett­ u­num og uttanlands. “Kære alle sammen! Så begynder vi igen på MÚ!” Tíllikan t-post havi eg fingið nakrar ferðir fyrr frá Holger Arn­bjerg, og so veit man, at nú er tað aftur eitt spennandi tiltak á skránni. Mark­leys Útbúgving samlar øll mið­ náms­­­­­s­­kúlalesandi kring landið til eitt stórt upplýsingartiltak í Norður­landa­ húsi­num, um útbúgving á klettunum og uttan­lands. Fyrstu ferð eg sjálvur luttók sum fyrreikari var í 2011. At síggja næm­ingar ganga runt og hugna sær og vera so avgjørd og tilvitaði um teirra fram­tíðar spurningar, hugtekur meg hvørja ferð. Í ár var heldur einki unda­ n­ tak. Skráin sum vant var sera fjøl­ táttað. Byrjað varð við vælkomu,

032 — Fjølnir2014

har millum annað rektarin fyri Setrið bjóðaði vælkomin. Seinastu ár­ini eru sum vant fleiri tikin upp á miðnám og hevur hetta eisini giv­ið størri avbjðingar til Markleys Út­ búgv­ ing. Tí, hvar og hvussu skal ein hýsa fleiri enn 600 næmingum? Norður­landahúsið er flott og sera væl­ egnað sum ráðstevnuhús, men heldur hetta fram, kan tað gerast ein trupulleiki. Men hetta er so ein luksus­ trupulleiki, ið nokk verður loystur á skilagóðan hátt. Framløgur um útbúgv­ingar

Eftir felagstiltak kundu tey lesandi velja millum 3-4 framløgur um ymsar útbúgvingar. Umframt allar út­ búgv­ ingarnar á Setrinum var eis­ ini at hoyra frá Danmark, Norra, Svør­ íki, Frakland, Ísland, Australia og Stóra Bretland. Framløgur vóru á eini 10 min og var úrvalið sum vera man stórt

vitja okkum á: mfs.fo


hjá teimum lesandi. Men ein kann ikki bert vera seriøsur, so eitt sindur av undirhaldið var eisini. Aftaná vælkomu var eitt tón­leika­inn­­s­lag og seinnapartin kom Rudolf Joensen og hugleiddi hann um tí 19. Føroysku oyggina. Men Markleys Útbúgving er ikki bert um dagin fyri tey útvaldu, men hevur tað eisini verið opið fyri almen­ninginum um kvøldið og hava tað verið fleiri sum hava tikið av møgu­leikum, og var tað ikki øðrvísi hesu ferð. Fólk eru málrættaði og spyrja fyrí at fáa svar uppá sínar spurningar. MFS og Markleys Útbúgving

MFS er við til at skipa fyri Markleys út­ búgving og hava vit roynt at funnið fleiri lesandi kring knøttin at greiða frá sínari lestrarleið. Saman við lestrarvegleiðarum frá ymisku støðu­ num, fáa miðnámsskúla les­ andi ein breiðari mynd av tí tey ynskja sær at lesa. Eisini ein meira persónlig mynd verður eisini tøk av møguliga lestrarstaðnum. Mong eru útbúgvingarstøðini og er Markleys Útbúgving við til at vísa tey lesandi á eina gongda leið. MFS ferð at royna at verða partur av MÚ so leingi vit kunnu, og er tað eisini heilt greitt hví: Tí at fjøl­broyt­t­ir útbúgvingarmøguleikar geva okkum eitt fjølbroytt fólk við nógv­um ymsum førleikum. MÚ hevur eisini seinastu árini broytt útbúgvingarmynstri. Týð­­u­liga sæst at til dømis eru fleiri, ið velja Stóra Bretland og onnur lond. Nevnast kann at umboð fyri setur í Kina vóru fyrra árið og gav tað eisini ein føroyskan lesandi til Kina. Markleys útbúgving verður aftur í 2014 og er tað at møta upp og kunna seg um møguleikarnar.

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta


um MFS » fyrilestur

» TILTØK HJÁ MFS

Navn:: Turid Christophersen Lesur: Bachelor í søgu - Smátjóðir og altjóðagerð Stað: Fróðskaparsetur Føroya Búsitandi í Tórshavn

SPÆL TEG RÍKAN fyrilestur ­­– teldu­spøl SUM vinnu­veg í Føroyum

16. august 2012 skipaði MFS fyri eini røð av fyrilestrum í Jónas Broncksgøtu 25 um at arbeiða við at gera telduspøl og at liva av tí. Evni telduspøl, sum vinnuveg, hevur áhugað í Føroyum, tað kann sigast eftir uppmøtingin til tilakið ið var sera góð, uml. 100 fólk, eisini vóru nógvir spurningar og kjak eftir fyrilestrarnar. Fyrilestrahaldararnir vóru Mark Craig úr Onglandi, ið starvast hjá Lucid Games, Julius Biskupstø, ið mennir

034 — Fjølnir2014

telduspøl í Føroyum hjá Simprentis og Rani Nolsøe frá Íverksetarahúsinum tosaði um, hvussu ein skal bera seg at sum íverksetari. Petur Zachariassen, ið er lektari í Hagfrøði á Náttúruvísindadeildini á Fróð­ skaparsetri Føroya, setti tiltakið og leiddi kvøldið. Fyrst á skránni var Mark Craig. Hann hevur áður í nógv ár starvast hjá kendu fyritøkuni Bizarre Creations, sum lat aftur í fjør. Henda fyritøka hevur gjørt fleiri altjóða kend teldu­spøl. Nøkur av teimum, sum vóru í starvi í Bizarre

vitja okkum á: mfs.fo


fyrilestur « um MFS

Creations, høvdu hug at halda fram og fóru saman undir at stovna eina nýggja teldufyritøku, Lucid Games. Lucid Games telist enn ikki millum tey stóru, men fyritøkan hevur fingið áhugaverdar ordrar og er í ferð við at menna nýggj telduspøl. Mark, sum hevur drúgvar royndir sum forritari, er leiðari fyri forritadeildini í nýggju fyritøkuni. Hann hevur nýliga sam­ an við øðrum starvsfeløgum mest sum til stuttleika gjørt eina Ipadútgávu av gamla klassikaranum Fur Fighters, sum kann takast niður á

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

Evni telduspøl, sum vinnuveg, hevur áhugað í Føroyum, tað kann sigast eftir uppmøtingin til tilakið ið var sera góð. uml. 100 fólk, eisini vóru nógvir spurningar og kjak eftir fyrilestrarnar. App Store. Í framløguni tosað Mark um tøkniligar avbjóðingar, tá ið stór telduspøl skulu mennast, og týdningin tað hevur, at arbeiðið at forrita er væl skipað, skal úrslitið verða gott. Næstur var Julius Bis­ kup­ stø. Hann var lesandi í Mid­d ­­­­le­sbrough, har hann las BSC Com­puter Games

Pro­ gramm­ ing. Hann er tann sum stend­ur fyri menn­ing av spølunum hjá føroysku fyri­­tøkuni Simprentis. Hann greiddi frá sínum arbeiði við at menna teldu­spøl í Før­oy­um.­ Seinastur á skránni er íverksetarin Rani Nolsøe, ið greiddi frá, hvussu ein skal bera seg at sum íverksetari í Føroyum.

árgangur 02 — 035


um MFS » jobmatch 2013

» JOBMATCH 2013

Navn: Regin Berg Lesur: Løgfrøði, Fróðskaparsetur Føroya Aldur: 24 Bústaður: Tórshavn

JOBMATCH RIGGAR Síðani 2008 hevur Jobmatch støðugt ment seg og hevur rótfest seg sum fast átak við tí fyri eyga, at draga føroyskar útisetar heim­ aftur at arbeiða og nýta teirra førleikar í føroyska samfelagnum. Endamálið við Job­ match er, at føroyskar fyritøkur og stovn­ar skulu hava møguleika at skapa og við­líka­ halda sambond við teir føroyingar, sum velja at taka sína útbúgving uttanfyri heimlandið. Jobmatch 2013 Starvsstevnan varð hildin

30. desember á fabrikkini hjá Østrøm. Tað vóru 33 básar við fyritøkum og stovnum, sum ynsktu at bjóða seg fram, her av vóru tíggju við á fyrsta sinni. Eisini vóru fleiri enn 420 lesandi og útbúgvin á vitjan á Østrøm hend­an dagin. Skipa varð fyri framløgum allan dagin, har møguleiki var at hoyra um arbeiðsumhvørvið og starvsmøguleikar hjá ymiskum fyritøkum og stovnum. Góð ráð vóru givin til at skriva umsókn og CV av Elini Wang, starvsfólkaleiðara hjá Tórs­

036 — Fjølnir2014

havnar kommunu. Altjóðaskrivstovan legði fram um hvussu mann finnur sítt fyrsta starv í Føroyum, eins og Leinkjan.fo greiddi frá um verk­æt­lan­ar­møgu­leikar her heima. Semja á Jobmatch Øll í luttóku í paneli­

num vóru samd um hvat skal ger­ast, og har er eingin ivi um, at Føroyar skulu vera eitt stað, sum er lokkandi, nýskapandi og bjóðar dygdargóðar útbúgvingar.

Vit gera mun Fyrst á skránni var ein

framløga frá Eydnu Skaale. Hon greiddi frá, hvussu tað vit siga á internetinum, beinleiðis ávirkar hugin hjá fólki at flyta heim. Megin­part­urin av viðmerkingunum hjá okk­um føroyingum online eru nega­tiv­ar. So negativar, at í fokus bólk­i­num hon hevði, var tað ein út av fimm, sum gjørdi av ikki at flyta heim aftur, aftaná at hava lisið tær. Tað fantastiska hinvegin var, at tó at tað vóru nógv færri jaligar við­merk­ing­ar, so høvdu

vitja okkum á: mfs.fo


jobmatch2013 « um MFS

tær sera stóra ávirk­an. Bara tað at tær vóru har gjørdi at ein út av fimm fær hug at flyta heim aftur til Føroyar. Tað er oyðileggjandi, tá vit bara eru negativ, og tosa um at eingin vil flyta heim. Vit hava góðar møgu­leik­ ar, spennandi avbjóðingar, og eitt gott samfelag her í Føroyum. Sjálv­ andi vilja fólk búgva her, og sjálvandi kunnu vit saman gera Føroyar betri.

tað sum eina sjálvfylgju, at fólk eiga at sleppa uppí ALS eftir loknan lest­ ur, meðan tey leita eftir arbeiði – tí tað eru ikki øll sum kunnu búgva heima hjá foreldrunum! Og nær er tað betri at fara undir júst íverksetan, enn meðan ein leitar eftir arbeiði ella lesur? Tað var full semja í panelinum um, at hetta var tað einasta rætta at gera.

Full semja um ALS Stuttligasta upp­­­l­ivingin í kjakinum var uttan iva Árni Olsen frá Bakkafrost. Hann er helst besta dømi vit hava um ein íverk­ seta í Føroyum, og hevur so tikið eina útbúgving, sum eingin rætt­siktaður persónur roknar við, at ein kann brúka til nakað í Føroyum. Bara í sær sjálvum prógvar hann, at øll kunnu skapa nakað í Føroyum. Men hann vísti eisini á, at hann sær

Størri setur Eftir framløguna hjá

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

Eriku Hayfield, var niðurstøðan, at sjálvandi er tað Fróðskaparsetrið vit skulu raðfesta, fyri at hava fólk í Føroyum. Tað hevur al­stór­­­an týdning,­at vit hava tey ungu í Før­oyum meðan tey lesa. Lest­urin í Føroyum tekur støði í Før­ oyska sam­­felagnum, tað ger at út­búgv­ing­ ar­ nar eru nógv meira viðkomandi fyri Føroyar og føroysk viðurskifti.

Hygg­ ur ein at lesandi í Danmark sum heild, eru tað 80%, sum vilja verða búgvandi har. Sama gongdin ger seg galdandi í øllum øðrum les­ trar­­­støðum. Fólk seta búgv og menn­­ast tá tey lesa. Føroyingar vilja í nógv størri mun heim aftur enn aðrir les­ andi uttanlands – so sjálvandi verð­ ur eitt gott lestrarumhvørvi og góð­ ar út­ búgvingar ein brakandi succés í Før­oy­um. Heini í Skorini var orðstýrari. Tey sum vóru í panelinum vóru hesi: Marita Rasmus­s­en, stjóri í Vinnu­ húsi­num; Regin Berg, for­mað­­ur í MFS; Sølvi Jespersen, leiðari fyri tal­gildu mark­naðar­før­i­ng­ina hjá Atlan­ tic Airways; og Jóan Petur Hent­ze, trivnaðarstjóri í Tórs­havnar komm­unu.

árgangur 02 — 037


um MFS » østrøm

» LESTRARSTAÐ – FØROYAR

Navn:: Turid Christophersen Lesur: Bachelor í søgu - Smátjóðir og altjóðagerð Stað: Fróðskaparsetur Føroya Búsitandi í Tórshavn

Fyrilestrar og tiltøk á

Østrøm Samstarv

MFS og Setrið fóru í 2012 undir eitt nýtt spennandi samstarv um lestrarumhvørvi. MFS og Setrið ynsktu at fremja saman­ haldið millum lesandi soleiði,s at lesandi tvørtur um ymisku útbúgvingarnar á Setrinum fáa eitt stað at hittast, hugna (og lesa). Setrið hevur tí leigað seg inn í hølini hjá Østrøm á Skálatrøð. Í hesum somu hølum skipaði MFS fyri ymsum spennandi tiltøkum til lesandi. Mánadagar vóru snarskeið av ymsum slagi. Ein hósdag um mánaðin var Seturskjak, ið Setrið sjálvt skipar fyri. Harumframt skipaði MFS fyri ymsum fyrilestrum nøkur hóskvøld í várhálvuni, millum annað um skaldskap.

hann greiddi eisini eitt sindur frá, hvat tað vil siga at vera ph.d.-studentur. Bergur er ph.d. -studentur á Føroyamálsdeildini. Av snarskeiðum skipaði MFS millum annað fyri, snarskeiði í kreativari skriving við Rakel Helmsdal og snarskeiði í Føroyskari rættskriving. Snarskeið í føroyskari rættskriving

16. apríl 2012 skipaðu vit fyri snarskeiði í føroyskari rættskriving í hølunum hjá Østrøm. Zakaris S. Hansen, ið undirvísir Føroyamálsdeildini, hevði snarskeiðið. Mest var hugt eftir navn- og sagnorðum. Luttakararnir tóktust glaðir fyri skeiðið.

Fyrilestur um skaldskap

29. mars 2012 hevði Bergur Djurhuus Hansen fyrilestur um skaldskap K.O. Viderøs, men

038 — Fjølnir2014

vitja okkum á: mfs.fo



um MFS

» føroyar - grønland

» MFS SAMSTARVAR

Navn:: Turid Christophersen Lesur: Bachelor í søgu - Smátjóðir og altjóðagerð Stað: Fróðskaparsetur Føroya Búsitandi í Tórshavn

MFS OG AVALAK MFS og AVALAK ið er grønlendska lestrarfelagið, birtu undir samstarv mill­um feløgini á fundi í 2012. Føroysk og grønlendsk lesandi standa mangan í somu støðu, millum annað, tá ið tey flyta til onnur lond at lesa. Lestrarlív í útlondum og politisk val í heimlandinum varð umrøtt á fyrsta fundi­num millum lestrarfeløgini. Forkvinnan fyri MFS, Birita í Dali, fund­aðist við formannin fyri Avalak, Hans Peder Kirkegaard. Á fundinum varð kjakast um felags­ áhugamálini hjá føroyskum og grøn­ lends­kum lesandi, og feløgini samdist á fundinum um at arbeiða fram ímóti at skipa fyri kjaktiltaki, ið tekur evni upp, ið viðkoma bæði føroyingum og grøn­lendingum. Feløgini kunnaðu um sínar royndir sínar innan lestrarøkið, og millum

040 — Fjølnir2014

evnini var at fáa føroysk lesandi í Dan­ mark­­at skráseta seg til veljaralistan til løg­tingsvalið 2011, ið MFS hevði góðar roynd­ir av. Grønlendska Avalak hevur just verið í gongd við at fáa lesandi til vel­jara­støðini í Danmark. Danska SU skipanin var eisini á skránni á fundinum, nú grønlendska stjórn­in hevur avgjørt, at grønlendsk les­ andi ikki longur frá lestrarstuðul úr. Grønlandi, tey gerast tí partur av donsku SU skipanini, eins og føroysk les­andi í Danmark eru. MFS fekk nógvan íblástur frá Ava­ lak í samband við teirra mongu sosi­a lu tiltøk, eins og teirra ágrytni at arbeiða fyri, at grønlendsk lesandi fáa starvsvenjingarpláss runt um í heim­ inum. Feløgini fegnast um nýggja sam­­starvið og síggja fram til felagsátøk inn­an lestarøkið.

vitja okkum á: mfs.fo


føroyar luttaka á ráðstevnu « um MFS

MFS SAMSTARVAR við onnur lestrarfeløg

Við MFS á NOM ráðstevnum

Tvær ferðir um árið hittast lestrar­ feløg frá norðurlondum og baltiskum lond­ um fyri at samstarva og deila sínar royndir innan lestrarøkið Lestrarfeløg frá norðurlondum og baltiskum londum hava hitst á ráð­ stevnu í Íslandi yvir vikuskifti. Tvær ferðir um árið hittast lestrarfeløg frá norður­londum og baltiskum londum fyri at samstarva og deila sínar roynd­­ir innan lestrarøkið. Netverkið eitur NOM, ið stendur fyri Nordisk ord­førende Møte, og limalondini eru Ísland, Føroyar, Danmark, Noreg, Svøríki, Finnland, Estland, Letland og Litava. Íslandi 2012 Hesaferð var túrurin komin til Íslend­ska lestrarfelagið at hýsa ráð­stev­n­uni. Fríggjamorgunin

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

22. Mars setti Íslendski forsetin ráðstevnuna á Háskúla Íslands, og íslendskir undir­vísarar og íverk­set­ ar­ir høvdu fyri­lest­rar og verkstaðir um íverksetan inn­an hægri lestur. Eisini læra lestrarfeløgini hvønn annan at kenna og deila sínar roynd­ir sum feløg. Birita og Marin hava eisin haft eina framløgu um Føroyska meginfelagið og tess arb­ei­ði­umframt lestrargongdini í Før­oy­um­sum heild. MFS luttók aftur á ráðstevuni í heyst 2012 og vónar, at tað ber til hjá MFS at luttaka í hesum netverkinum fram­y vir við tí fyri eygað, at eisini hýsa ráðstevnuni í Føroyum. Hetta er ein gyltur møguleiki fyri at kunna onnur lond um Føroyar umframt at styrk­ja samstarvið mill­ um MFS og onn­ur lestrarfeløg. Birita í Dali og Mar­ in Helene

Hen­t­ze umboðaðu Meginfelag Før­­­­oyskra Studenta á rá­stevnuni í Íslandi. Litavia í 2013 Hesaferð luttók Oda

Strøm á rástevnuni, ið varð hildin í Klaipèda í Litava, evnið var Aca­de­ mic Integrity Enhancement in the Baltic Sea region." Ráðstevnan verður hildin tvær ferðir um árið og er ein týðandi partur av samstarvinum millum les­ trar­ feløg­­ini í norðurlendsku og baltisku lond­­u­num, har vit saman arbeiða við og kjakast um felags avbjóðingarnar, sum lesandi í londunum møta

árgangur 02 — 041


um MFS » samstarv

» LESTRAR OG STARVSLESTRARMØGULEIKAR

Navn: Birita í Dali Lesur: stjórnmálafrøði Universitetinum í Keypmannahavn Búsitandi í Keypmannahavn

LESA Í USA? MFS kannar lestrar- og starvs­ lest­­rar­møguleikar í USA Fríggja­

dagin 17. mei 2012 hittust Birita í Dali fyri ráðið og Marjun Lindarstein úr Keypmannahavnarnevnd og tvey umboð fyri Sendistovu Ameriku í Danmark, Vibeke Musgrave og Travis Sevy. Á myndini frá vinstru, Marjun Lindarstein, keypmannahavnarnevnd, Birita í Dali fyri ráðið hjá MFS, Vibeke Musgrave og Travis Sevy frá Sendistovu Ameriku í Keypmannahavn. MFS hevði tók stig til fundin við tí fyri eygað at kanna møguleikar hjá før­oyskum lesandi í USA. Á fundinum greiddu MFS um­ boð­ ini frá um felagið teirra lesandi, um støðuna í Føroyum sum heild í samb­andi við útbúgvingar og lesandi. Umboðini frá Amerikonsku Sendi­ stov­uni vístu á, at USA er áhugað í før­oyskum lestrarviðurskiftum. Fyrrverandi Amerikanska sendi­

042 — Fjølnir2014

kvinn­­­an í Danmark, Laurie S. Fulton var nevniliga eisini gestur á einum MFS tiltaki í fjør fyri at práta um les­ t­­ r­­ ar­ møguleikarnar hjá føroyingum í USA. Umboðini frá Amerikonsku Sendi­ stov­uni høvdu serliga við mentan og út­­búgv­ing at gera, og vóru tey eisini sinnað at styrkja sambandið við Føroyar og at luttaka á kjaktiltaki hjá MFS. Á dagsskránni var starvs­ lestrar­ møgu­­­­­leikar, og Amerikanska Sendi­ stov­ an søkir støðugt eftir lesandi, ið ikki eru amerikanskir borgarar, og her hava føroysk lesandi møguleika at søkja. LESA Í USA Hugsar tú sum føroyskur

lesandi at kanna møguleikarnar at lesa í USA, kanst tú hyggja inn á heimasíðuna hjá Fullbright, ið hevur kontór í Keypmannahavn. Sí meira kunning á heimasíðu okkara, www. mfs.fo.

vitja okkum á: mfs.fo


um MFS » politisk mál

» TÍÐINDI SÍÐAN SEINAST

Politisku Navn:

málini sEINAstu 2 ÁRINI

Regin Berg Lesur: Løgfrøði, Fróðskaparsetur Føroya Aldur: 24 Bústaður: Tórshavn

MFS er politiskt óheft, og hevur

bara “hava” eitt arbeiði, tá ið tey eru liðug at lesa. Sum er kann ein fáa studning frá ymsu arbeiðsloysiskassunum í Dan­mark eftir lestur, men ein hevur ikki kunna tað í Føroyum. MFS hevur arbeitt fyri hesum í longri tí, og alt fleiri fólk og samfelagsbólkar taka nú undir við hesum. Fólk mugu kunna fáa breyð á borðið, meðan tey leita eftir starvi – og sjálvandi skulu vit kunna gera hetta í Føroyum, heldur enn bara uttanlands. Alt bendir í løtuni á, at tað bara er ein spurningur um tíð, til fyrr­ver­andi les­andi kunnu fáa onkra veit­ing, meðan tey leita eftir arbeiði í Før­oyum.

Prístalsviðgerð av ÚS Út­búgv­

ÚSUN ikki lán Tað var herfyri uppá tal, at gera ÚSUN stuðulin um til lán, sum so bleiv eftirgivið, um fólk fluttu heim til Føroyar – her snýr tað seg um peninganøgdina landið rind­ ar av skúlagjaldinum uttanfyri norð­ur­lond. MFS eins og onnur mótmæltu tó, og vístu eitt nú á, at meðan vit hava donsku SU skipanina, og kunnu lesa heilt ókeypis har uttan vanda fyri lánsbyrðu, so styggir hendan broyt­ing­in fólk frá at lesa uttanfyri norð­ur­lond. Bæði vit og ASK sóu eis­ini hetta, tá ið fólk vendu sær til okk­ ara. Tíbetur bleiv hendan ætl­a­nin eisini slept, og tað er lítil og eing­in politisk undirtøka fyri henni.

bert eina dagskrá; tey lesandi og betran av teirra umstøðum. MFS hevur gott innlit í ynski og umstøður hjá teimum lesandi. Av tí sama er tað heilt natúrligt at venda sær til okkara, tá ið politisku myndugleikarnar ivast í onkrum, eins og MFS eisini er hoyringspartur í lógaruppskotum, ið viðkoma lesandi. Afturat hesum ger MFS javnan vart við støðuna hjá lesandi, ið mun til mál, ið eru upp í tíðini, eins og vit eisini varpa ljós á umstøðurnar hjá lesandi. Millum málini hesi seinastu 2 árini kunnu nevnast prístalsviðgerð av ÚS, lesandi í ALS og umleggingin av ÚSUN til lán.

ing­ a­ rs­ t uðulin í Føroyum er heilt ein­ falt ov lágur. Og fyri at gera ilt verri, hevur hann ikki verið viðgjørdur fyri prísvøkstur seinastu árini. Í ár er hann tó prístalsviðgjørdur, og MFS vil á­hald­andi arbeiða fyri og vísa á, hví tað er alneyðugt, at tey lesandi kunnu savna seg um lesnaðin meðan tey lesa (ov nógv arbeiði gongur út yvir prógvið). ÚS eigur at vaksa, og áhaldandi at prís­ tals­v ið­gerast. Lesandi í ALS Eingin lesandi vil vera arbeiðs­leysur. Men tað eru eisini fá, sum

043 — Fjølnir2014

vitja okkum á: mfs.fo


um MFS » politisk mál

» TÍÐINDI SÍÐAN SEINAST

Skrivað: Birita í Dali Lesur: Stjórnmálafrøði á Universitetinum í Keypmannahavn Búsitandi í Keypmannahavn

Ráðgevingin styrkir føroyingar í útisetu Ráðgevingin fyri føroyingar í Dan­mark

hjálpir lesandi til rættis í nýggja lest­rar­um­ hvørvi­num. Hetta er ein alneyðug íløga í útbúgving og er bæði lesandi og før­oyska samfelagið at gagni. Ráðgevingin er ein sam­bind­ing­ar­lið­ ur­millum føroyska útisetaumhvørvið og føroyska samfelagið, og hon knýtir før­­oysk lesandi í Danmark tættari at før­oyska sam­ felag­num – ikki at tí danska sam­­felagnum. Tað er tí ikki rætt, tá lands­stýris­­kvinnan í al­manna­mál­um í Degi og Viku førir fram, at Ráð­gev­ing­in er við til at gera føroyingar til danir í Danmark – heldur tvørtur ímóti. Meginfelag Føroyskra Studenta ger vart við, at útbúgvingartilboðini í Føroyum fram­vegis eru avmarkað, sam­stundis sum før­ oyska samfelagið tørv­ ar førleikarnar, ið føroyingar nema sær uttanlands. Uml. 80 prosent av før­oy­ingum, ið fara uttan­ lands undir fram­haldandi lestur, fara til Danmarkar - og viðurskiftini hjá før­oysk­ um lesandi í Danmark hava tí alstóran týdn­ing fyri før­oyska samfelagið. Ráðgevingin svaraði í fjør upp ímóti

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

tús­­und fyrispurningum frá føroyskum les­ andi: Hesi tølini tala fyri seg. Tað, sum ger Ráð­gevi­ngina fyri føroyingar í Danmark so serstaka og dýrabæra, er, at hon hevur serkøna vitan innan bæði føroyska og danska lóggávu. Ráð­gevingin fevnir m.a. um flyting úr og til Føroya, føroysk og donsk skatta­viðurskifti, sosial viðurskifti og les­trar­vegleiðing. Fellur ráðgevingin burtur, er av­­ leið­ ing­in eingin ella einans donsk ráð­gev­ing. Tá kunnu vit práta um í størri mun at assimilera føroysk lesandi í danska sam­ felagið. At spara sambindarliðin mill­ um Føroyar og útisetaumhvørvið er ein bein­­leiðis stuðul til fólkafráflytinga. Ein spar­ ing av sambindarliðnum er at siga, at útisetar ikki eru ynsktir aftur heim. Meg­ in­ felag Føroyskra Studenta mót­ mælir hesum. Hetta ger Føroyar fá­tæk­ari í eini tíð, har okkum tørva allar kreftir á dekkinum.

árgangur 02 — 044


um MFS » politisk mál

» TÍÐINDI SÍÐAN SEINAST

MFS GLEÐIST

Navn: Regin Berg Lesur: Løgfrøði, Fróðskaparsetur Føroya Aldur: 24 Bústaður: Tórshavn

Ætlanirnar hjá landsstýrinum við­v íkj­ andi barsils- og ALS skipanini eru góð­ar. Tað var gott at hoyra løgmann siga, at samgongan vil arbeiða fyri, at lesandi skulu kunna fáa úr ALS skip­ an­ini, meðan tey leita eftir arbeiði, og at barsilsskipanin skal geva lesandi nakað av peningi. Hetta eru ætlanir, sum veruliga kunnu gera lívið lættari hjá teimum, sum vilja búgva í Føroyum. Tað eru nógv ár síðani, at MFS fyrstu ferð vísti á, at tað er ein trupulleiki, at les­andi ikki kunnu fáa nakra veiting, tá tey seta búgv í Føroyum. Serliga hjá teimum, sum búgva uttanfyri Før­ oyar, er tað ótrúliga torført at hava eitt arbeiði klárt, tá ein kemur heim aftur til Føroyar. Arbeiðsgevarar vilja tosa við fólk. Teir vilja kenna tey, vita at teir kunnu líta á tey, og fáa eitt opið prát. Tað riggar heilt einfalt ikki líka væl at tosa gjøgnum eina telefon ella Skype. Skal ein byrja sítt egna í Før­ oy­ um, tekur tað eisini tíð. Hevur ein fam­ilju, ella vil ein bara liva onkra aðra­staðni enn heima hjá foreldrunum (um foreldrini eru væl fyri), so er tað heilt einfalt ótrygt at flyta til Føroyar sum er, tí hvussu skulu vit fáa mat á borð­ið? Í Danmark er trygd og ein kann tosa

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

við arbeiðsgevarar andlit til and­lits. Tí er støðan í løtuni serstakliga kapp­ing­ ar­avlegandi, og ein skal antin hava eitt arbeiði ella raðfesta Føroyar óvanliga høgt, fyri at flyta heim. Finna ALS og landsstýrið hinvegin fram til eina loysn, sum ger so at føroysk les­ andi fáa pening úr ALS – bara í nakrar mánaðir, um ikki annað – so gerst alt so nógv lættari. Arbeiðsloysið er lægri í Føroyum, nógv hava familju her og tað er tryggari hjá børnum. Tað er so ótrúliga nógv, sum talar fyri, at vit sum lesandi vilja flyta til Føroya, at tað er synd, at fíggjarliga støðan hjá familjum skal forða lesandi at flyta heim. Tí vilja vit serliga takka Johan Dahl, landsstýrismanni í vinnumálum, at hann hevur arbeitt so nógv fyri, at les­andi skulu fáa eitt gjald í eina tíð, tá tey flyta heim. Somuleiðis vilja vit takka honum, at hann hevur hugsað um tey lesandi, tá hann kom við upp­ skoti­ num at betra barsilsskipanina. Tað er helst óneyðugt at siga fólki, hvussu fíggjarliga tungt tað kann vera at fáa børn, og tá eru eini 4.000 kr,- um mána­ ð­ in í lestrarstudningi ikki nóg mikið. Løgtingslimurin fyri Fólkaflokkin,

árgangur 02 — 045


um MFS » politisk mál

Barsilsskipanin Ætlanirnar hjá

úr ALS – bara í nak­ rar mánaðir, lands­stýrinum við­v íkj­­­­­­­­­­andi ­barsils- um ikki annað – so gerst alt so nógv og ALS skipanini eru góðar. Tað lættari. Arbeiðsloysið er lægri í var gott at hoyra løgmann siga, Føroyum, nógv hava familju her og at samgongan vil arbeiða fyri, at tað er tryggari hjá børnum. Tað er lesandi skulu kunna fáa úr ALS so ótrúliga nógv, sum talar fyri, at skip­ an­ ini, meðan tey leita eftir vit sum lesandi vilja flyta til Føroya, arbeiði, og at barsilsskipanin skal at tað er synd, at fíggjarliga støðan geva lesandi nakað av peningi. Hetta hjá familjum skal forða lesandi at eru ætlanir, sum veruliga kunnu gera flyta heim. Tí vilja vit serliga takka lívið lættari hjá teimum, sum vilja Johan Dahl, landsstýrismanni í búgva í Føroyum. vinnumálum, at hann hevur arbeitt Tað eru nógv ár síðani, at MFS so nógv fyri, at les­andi skulu fáa eitt fyrstu ferð vísti á, at tað er ein gjald í eina tíð, tá tey flyta heim. trupulleiki, at les­ andi ikki kunnu Somuleiðis vilja vit takka honum, at fáa nakra veiting, tá tey seta búgv í hann hevur hugsað um tey lesandi, Føroyum. Serliga hjá teimum, sum tá hann kom við upp­ skot­ inum búgva uttanfyri Før­ oyar, er tað at betra barsilsskipanina. Tað er ótrúliga torført at hava eitt arbeiði helst óneyðugt at siga fólki, hvussu klárt, tá ein kemur heim aftur til fíggjarliga tungt tað kann vera at fáa Føroyar. Arbeiðsgevarar vilja tosa mentanar­liga, við fólk. Teir vilja kenna tey, vita at teir kunnu líta á tey, og fáa eitt sosi­alt og fíggjarliga opið prát. Tað riggar heilt einfalt eru lesandi ein ikki líka væl at tosa gjøgnum eina inn­­tøka, telefon ella Skype. Skal ein byrja ikki ein útreiðsla sítt egna í Før­ oy­ um, tekur tað eisini tíð. Hevur ein fam­ ilju, ella børn, og tá eru eini 4.000 kr,- um vil ein bara liva onkra aðra­ staðni mán­aðin í lestrarstudningi ikki nóg enn heima hjá foreldrunum (um mikið. foreldrini eru væl fyri), so er tað Løgtingslimurin fyri Fólka­ heilt einfalt ótrygt at flyta til Føroyar flokk­­in, Hanus Samró, hevur verið sum er, tí hvussu skulu vit fáa mat á úti og sagt, at hann heldur at MFS borð­ið? Í Danmark er trygd og ein og Vinnu­mála­ráðið eiga at arbeiða kann tosa við arbeiðsgevarar andlit meira við Job­match, heldur enn at fáa til and­ lits. Tí er støðan í løtuni les­andi uppí ALS. Løgtingslimurin serstakliga kapp­ing­ar­­­a­vlegandi, og noyð­ist als ikki at vera stúrin á hesum ein skal antin hava eitt ar­beiði ella øki­­num. Eingin lesandi tímir at lesa raðfesta Føroyar óvanliga høgt, fyri í 3, 5 ella enntá 8 ár, fyri síðani at at flyta heim. koma í ALS. Tvørturímóti er tað so, Finna ALS og landsstýrið at næstan øll eru lestrartroytt móti hinvegin fram til eina loysn, sum enda­ num, og bara gleða seg til at ger so at føroysk les­andi fáa pening sleppa at arbeiða. ALS skal heldur

046 — Fjølnir2014

ikki vera ein varandi inntøka. Tað skal bara vera ein fyribils veiting, sum hjálp­ir familjum og einstaklingum at líka finna eitt stað at búgva, og fáa mat í munnin, meðan tey leita eftir arbeiði. Tað er hóast alt torført at búgva í einum landi, um ein ikki kann geva børnunum hjá sær tak yvir høvdið og mat. Jobmatch arbeiða vit eisini óført við. Tað eru tíggjutals

fólk í MFS, sum næstan øll arbeiða sjálvboðið, fyri at betra um umstøðurnar hjá teim­ um lesandi. So vit hava orku og fólk, til at bæði arbeiða fyri Jobmatch og øðrum evnum. Vit arbeiða t.d. eisini fyri, at studningurin og at barna­ studningurin til lesandi í Før­oyum skal hækkast. Skipanin í Før­oyum má ikki vera eitt minus, tá fólk gera av, hvørt tey skulu lesa í Føroy­um ella uttanlands. Tí Føroyar hava brúk fyri lesandi, og nógv okk­ara vilja búgva her, og vera við til at gera Føroyar betri. Lesandi eru ein inntøka. Bæði mentanarliga, sosi­a lt og fíggjarliga eru lesandi ein inn­ tøka, ikki ein útreiðsla. Tí er tað at vit í MFS gleðast so nógv yvir, at tiltøk eru komin og byrja at koma uppá beinini, sum vísa at Føroyar eisini vilja hava tey les­ andi. Jobmatch, ætlanirnar hjá lands­­stýri­­num viðvíkjandi ALS og barsils­skipan, leinkjan.fo, “Vit velja Før­ oyar” tiltakið og so framvegis. Hetta er alt tílíkt, sum lesandi hava ynskt sær í longri tíð, og tað ger tað so nógv lættari hjá okkum at siga, at vit VILJA búgva í Føroyum.

vitja okkum á: mfs.fo


politisk mál « um MFS

Áleið 225 føroyingar lesa í londum uttan fyri Norðurlond

Lán er ikki loysnin MFS ynskir eins og politikkararnir, at útbúnu føroyingarnir flyta heim aftur til Føroya, men at taka pískin fram bøtir tó ikki um støðuna. Vit í MFS eru samd um, at tað er ikki rætta loysnin at broyta partin av ÚSUN, sum er settur av til skúla­ gjald, til lestrarlán. ÚSUN stimbrar fjølbroytni

Áleið 225 føroyingar lesa í londum uttan fyri Norðurlond. Hesi fáa minni enn 12 milliónir krónur frá føroyska samfelagnum. Skilagóða íløgan, ið ÚSUN-skipanin er, stimb­ rar ungum at nema sær fjølbroyttar út­búgv­ingar. Verður ÚSUN lagt um til lán, fáa vit eina skipan, ið ger livi­ korini verri hjá teimum, ið leita sær uttanlands at lesa. Á rættari kós? – Óætlaðar avleiðingar Føroyar eru í harðari

kapp­ ing við londini kring okkum

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

um tað dýrasta tilfeingið, nevniliga menni­skjuni. Uppskotið um at gera ÚSUN til lán ger als ikki kapp­ingar­ førið betri. Endamálið við at broyta ÚSUN til lán er partvís fyri at fáa før­ oysk lesandi heim eftir loknan lest­ur. Men MFS loyvir sær at ivast í, um hetta málið verður rokkið við hes­um amboðum. Lesandi ynskja ikki at seta seg í skuld, og tað er sannlíkt, at nógv heldur fara at velja Danmark fram um onnur lond. Ein óætlað avleiðing er tí, at færri fara útum Norðurlond at ogna sær serkunnleika. Høvdu Før­oyar umsitið lestrarstuðul til øll før­oysk lesandi – eisini í Danmark –, so hevði støðan verið øðrvísi. Ein onnur óætlað avleiðing er, at les­andi kring knøttin fata hesa lógina sum styggjandi og frástoytandi - og hetta er ikki ætlanin hjá poli­tikk­ ar­ unum. At seta ein lítlan part av teimum lesandi í skuld, um

tey ikki koma heim, er beinleiðis skeiv­ur boðskapur at senda! Meira sann­ líkt verður, at lesandi tá fara til Danmarkar at lesa, so at lesandi sleppa frá at gjalda lánið aftur, um ein onkursvegna ikki kann flyta heim. Føroyar skulu draga! - Ikki styggja! Politikarar áttu heldur

at roynt at bøtt um umstøðurnar hjá lesandi eftir loknan lestur við at givið teimum rættindi til m.a. eitt ar­beiðs­loysisgjald! - Tað hevði verið eitt dragandi átak! At betra um tilboðini í Føroyum, menna umhvørvið og stimbra til­ knýtið til Føroyar eru viðurskifti, ið kunnu birta undir, at lesandi venda aftur til teirra heim, Føroyar!

árgangur 02 — 047


um MFS » politisk mál

» Á POLITISKA PALLINUM

Navn: Regin Berg Lesur: Løgfrøði, Fróðskaparsetur Føroya Aldur: 24 Bústaður: Tórshavn

048 — Fjølnir2014

MFS fegnast Politiska skipanin er samd um, at út­­­búgv­­ing skal raðfestast. Tó at vit í MFS vildu ynskt, at tað arbeitt varð við nøkr­­­­um málum afturat, eru vit glað um tey lestrarviðurskifti, sum verða raðfest.

Somuleiðis er tað ein góð byrjan, at Granskingarráðið hevur fingið eina hálva millión afturat, eins og tað er ser­­­stak­liga gott, at ÚSUN ikki verður um­­lagt til lán. Bara hesa tíðina, har tað hev­ur verið óvist, hvørt ÚSUN lutvíst Fíggjarlógin bleiv lagt um til lán, hava vit í MFS (eins Tað er ógvuliga gott, at Fróðskaparsetrið og onnur) heilt klárt merkt, at fólk ikki fær 4,5 milliónir meira í ár enn sein­asta eru eins glað fyri at fara útum Dan­mark ár. Hetta birtir vón og gevur møgu­ at lesa. Tí vóna vit, at gongdin nú fer at leika at menna venda aftur. Tað Fróð­­­skap­­a rsetrið er so fantastiska GONGUR RÆTTA VEGIN nógv vert fyri nakað. Fróð­­skap­ ar­setrið verður TÁ IÐ TAÐ SNÝR SEG UM Før­ oyar og tey í alt størri mun les­andi sjálvi, um HÆGRI ÚTBÚGVINGAR vit fáa meira fjøl­ ein stovnur, sum skap­ar ein stóran broyttar roynd­ir part av Føroya fram­tíð. Fólk útbúgva til landið. Tí ein stór tøkk frá okk­um seg innan føroysk við­ur­skifti og verða í MFS, til mentamálaráðharran, at ver­­andi í landinum. Fróð­skap­arsetrið hendan ætlanin bleiv slept. kann harumframt fáa av­ger­andi týdn­ ing, tá tað snýr seg um ný­skap­an og Hækkandi ÚS nýggj­­ar vinnur - bæði við tí vitan vit Ein trupulleiki føroysk lesandi hava, er fáa har, og tað at ung fólk saml­ast og at tað er dýrt at búgva í Føroyum. Her taka stig til tiltøk. Tí er tað gleðiligt, at er hópin av fyrimunum, og út­­búgv­­ing­ Fróð­­skap­­ar­setrið verður raðfest hægri. ar­­nar kunnu skrædda­­ra­­seymast til júst Tað hevði verið uppaftur betri, um Før­oyar. Tað, at tað er dýrt, kann tó løg­­tingið undir viðgerðini eis­ini finnur gera at fólk setast aftur. Tí hevur tað nakað av peningi til at fyri­reika at savna verið ein sera keðilig gongd, at ÚS ikki er prís­tals­regul­erað seinastu árini. Vit Fróð­­skaparsetrið á ein­um staði.

vitja okkum á: mfs.fo


politisk mál « um MFS

lesandi hava mist fleiri túsund krónur um árið av tí. At prístalsreguleringin kem­ur inn aftur nú, er tí ein góð og neyð­ ug broyting, sum tryggjar, at ÚS ikki framhaldandi verður minni vert. Uppskotið um at hækka ÚS við 10% hevði gjørt sera nógv í so máta, tá tað snýr seg um tað, tey lesandi hava mist av vantandi prís­ tals­regu­leringini. Tekur samgongan undir við hesum uppskotinum, ella kemur við einum líknandi uppskoti sjálv, ger tað tað munandi meira livi­ligt hjá lesandi í Føroyum – ser­ stak­ liga um ein hugsar um ungar barna­familjur, har annað bæði ella bæði foreldrini eru lesandi. Tá er tað sjáldan gjørligt hjá nøkrum av parti­num at arbeiða nakað serligt, og

royndir vísa, at tað at arbeiða nógv meira enn 10 tímar um vikuna, ger at miðalnæmingurin klárar seg verri. Tískil fáa vit meira fyri peningin, vit játta Fróðskaparsetrinum, um játt­a­ nin til ÚS hækkar. Gleðilig gongd

Yvirhøvur tykist tað sum, at polit­ iska skipanin er um at blíva samd um, at útbúgving skal raðfestast. Hetta sæst somuleiðis við, at vinnu­ mála­ ráð­ harrin arbeiðir fyri, at les­ andi skulu hava møguleikan at vera við í ALS eitt styttri tíðarbil eftir lestur, meðan tey søkja arbeiði. Um sama mundi gleða vit okkum til at síggja, júst hvussu lesandi fáa pen­ing úr barsilsskipanini, sambært tí uppskotinum vinnumálaráðharrin

fer at leggja fram sambært ting­lista­ num. Tað eru altíð viðurskifti sum kunnu betrast, og júst í hesum føri­ num er tað kanska serliga tað, at Før­ oyar mugu arbeiða fram ímóti, at Fróðskaparsetrið fær betri og samlað hølisviðurskifti – eins og tað sjálv­ andi hevði verið gleðiligt, um játta­nirnar longu vóru hægri. Ger samgongan harumframt eina breiða langtíðarsemju um at fremja til­mælini í álitinum um fólkavøkstur, kunnu vit í MFS, og øll onnur sum fáast við útbúgving og ungdóm, av álvara gleðast. Men sum er fegnast vit um, at gongd­in hóast alt er byrjað at fara tann rætta vegin, tá tað snýr seg um hægri útbúgving.

Til Danmarkar í lestrarørindum ella flytir tú heim aftur? Vilt tú hava meira við tær enn bert viðføri, teldu og tannbust? So hevur Posta røttu loysnina! Vit flyta flytgóðs til og úr Danmark og øðrum londum. Fá meir at vita á posta.fo ella á telefon 61 61 61

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

Óðinshædd 2

FO-100 Tórshavn

www.posta.fo

árgangur 02 — 049


HORNIÐ

Hvat inniber tað at vera blaðfólk/klummuskrivari?

- At vera blaðfólk er eitt spennandi starv, har tú dagliga skalt samskifta við nógv fólk. Tað er eitt starv, sum hóskar til teirra, ið vilja hava ein gerandisdag við høgari ferð og stórum arbeiðstrýsti, tí tú arbeiðir við deadline'um - ofta hevur tú fleiri deadline'ir sama dag. Men tað er eisini eitt starv, har tað, ið tú gert, kann gera mun, tí arbeiðið inniber at seta ljóskastaran á viðkomandi evni - til dømis politisk evni - sum koma øllum føroyingum við. Tú skalt duga at leggja egnar hugsanir til síðis og vera objektiv. Tað er tó samstundis eisini eitt starv, sum krevur eyðmjúkleika, tí arbeiðið inniber eisini at tosa við fólk, sum ikki eru von við miðlarnar. Tað, at fólk lata seg upp og siga tær sína persónligu søgu, krevur álit, og eg síggi tað sum ein stóran framíhjárætt og eina æru, at fólk vilja lata meg vera teirra talurør um viðurskifti, sum eru persónlig antin tey eru gleðilig ella svár. - At vera klummuskrivari er eitt sindur øðrvísi, tí tá er tað tú sjálv, sum er avsendari av tí sagda. Tú ert ikki talurør fyri nakran annan, og tú viðger ikki evnini objektivt - tvørturímóti stendur hvørt orð fyri tína egnu subjektivu rokning. Klumman er ein heilt serlig genra, og hon kann ikki skrivast í eini handavending, tí hon skal sita væl, og tað, ið tú sigur, skal vera væl umhugsað. Ofta eru tað viðurskifti, sum tú í langa tíð hevur hugsað um, sum við einum skeivum vinkli verða feld niður í eina stutta og beinrakna klummu. Men tað inniber, at tú mást varnast tað, sum hendir kring teg - og tú mást duga at undrast á tað, sum fer fram, og venda tí á høvdið. Hvussu fall valið á yrkisleiðina?

- Tað var í grundini tilvildarligt, at eg søkti eitt starv, ið var lýst leyst hjá Sosialinum. Tað var árið eftir, at eg varð liðug í studentaskúlanum. Mær dámdi so sera væl - og líka síðani havi eg verið knýtt at

føroyska miðlaheiminum. Mær dámar væl at skriva, mær dámar væl at arbeiða undir trýsti - og mær dámar væl at hava við nógv ymisk fólk at gera dagliga, so eg haldi, at eg havi valt rætt. At eg skrivi klummur er kanska meiri ein hobby. Tað er eitt slag av ventili, har eg sleppi av við undranir ella indignatiónir - og at miðlarnir vilja prenta ella senda mínar klummur er bara gleðiligt :) Hvussu samantvinnar tú at vera blaðfólk/ bloggari og at vera lesandi?

- Tað hevur riggað øgiliga væl. Í hesum teldutíðum er tað líkamikið, hvar tú ert stødd, tí tú fært sent tilfarið ígjøgnum netið. Eg havi lisið í Keypmannahavn, men havi eisini tikið lestrarhálvur á Fróðskaparsetrinum og í Barcelona - og eg havi arbeitt í føroysku miðlunum allatíðina, ímeðan eg havi lisið. Eg havi eisini verið heima í øllum ferium og havi arbeitt tær allar á tamb. Tað krevur nakað av disiplin at lesa fulla tíð og arbeiða nógv, serliga tá ið man eisini er mamma, men tað letur seg væl gera. Mær dámar væl at arbeiða, so tað passar mær væl at hava nógv at gera. At koma út um tryggu karmarnar - til dømis, tá ið tú fert burtur í onnur lond at lesa - er bara gott fyri klummurnar, tí tá verður tú tvungin at hugsa øðrvísi, enn tú ert von. Tað er ein góður møguleiki at eygleiða, hugleiða og seta í perspektiv bæði um tað nýggja, tú sært, og tað, tú ert von við heimanífrá. Hóska arbeiði og útbúgvingin saman?

Eg havi lisið retorikk og journalistikk, so tað kundi ikki passað betri saman! Eg havi nýtt mínar journalistisku arbeiðsroyndir fyri at seta lesnaðin í perspektiv - og eg havi eisini nýtt vitanina, eg havi fingið úr lesnaðinum, til mítt starv, so tað hevur verið win-win.


EYDNA SKAALE Hvaðani fært tú tína drívmegi og motivatión?

Mær dámar væl at vera í gongd. Eg tími betri at arbeiða, enn til dømis at hyggja í sjónvarp. Og viðvíkjandi klummunum, so havi eg altíð - síðani eg var heilt ung - fest mínar tankar á blað. Onkuntíð havi eg verið noydd at fara upp um náttina fyri at skriva okk­ urt burturav mær, sum eg ikki havi fingið frið fyri. Eg haldi, at um tú bara fylgir eitt sindur við í sam­felags­v ið­ur­ skift­um, so sært tú skjótt eina rúgvu av tingum, sum áttu at verið bøtt. Og tað er eisini ein rúgva av tingum, sum eru komisk ella áhuga­verd á annan hátt. Hvussu ávirkar hetta heimalívið hjá tær?

- Tað ávirkar stórt sæð ikki heimalívið. Meðan eg havi verið niðri og lisið, havi eg verið einsamøll við soninum. Tá hann er farin at sova, havi eg havt frið at skriva og arbeiða - bæði við lesnaði,

fyri miðlarnar og við klummunum. So í mun til, at eg hevði havt eitt starv á barr ella í handli, hevur tað ikki ávirkað tað stóra. Eg havi jú kunnað arbeitt heima, tá ið tað hevur passað mær best. Nú eri eg flutt heim, og havi fingið fast starv í Miðlahúsinum frá 8-16, og geri so onkrar klummur og annað fyrifallandi við síðuna av. Men eg haldi, at jú meiri, tú hevur at gera, jú meiri fært tú av skafti. Tað snýr seg um at duga at raðfesta og um at gera tað, tú setir tær fyri, so tú fært tíð til alt, ið tú skalt náa. Familjan hevur tó fyrstu raðfesting, og eg royni at hava frí, tá ið restin av familjuni eisini hevur frí. Tímarnir, tá ið sonurin kemur heim úr skúla, og inntil hann svevur, eru heilagir - tá er teldan sløkt! Hvat gevur skrivingin tær?

- í fyrstu atløgu gevur skrivingin løn og mat á borðið. Tað er mítt starv. Men blaðskrivingin gevur eisini pri­v i­legi­

um í mun til, at eg fái innlit í lagnur og við­urs­k ifti, sum eg annars ikki hevði fing­ið. Tað er sera áhugavert at hava tað sum arbeiði at tosa við so nógv ymisk fólk. Viðvíkjandi klummunum, so dám­ ar mær væl at skriva - og eg skrivi eis­ ini nógv, sum antin bara verður lagt á Face­­book ella sum ongantíð kemur út nakra­­staðni. Tað er ein góð persónlig av­­bjóðing at skriva og royna at gerast betri, og tað er góður máti at skipa sín­ar tankar, og at gera vart við ymisk við­­ur­­skifti. Klummurnar geva eisini nógvar við­merk­ingar - bæði rósandi orð frá glað­ um fólki, men sanniliga eisini lorta­spannir frá fólki, sum eru ósamd, og sum halda, at okkurt hevði verið betri ósagt. Men tað lærir ein seg at taka við, og fólk eru jú vælkomin at halda nakað annað enn eg. Mær dámar væl eitt gott og sakligt orðaskifti, og tað geva klummurnar mangan høvi til.


um MFS

052 — Fjølnir2014

vitja okkum á: mfs.fo


UM MFS síða 045 – 101 045-049.....MFS & Søgan. 050-053.....MFS & Framtíðin.

LESTRARMØGULEIKAR 054-059.....Ársins Pisa! Hvør er hon? Í 060-065.....4 FØROYUM kendir MFS'arar. Fyrrverandi limir hugleiða um teirra tíð í MFS

54 066-067.... Les og lær í Føroyum Ein heilsan úr Skotlandi. Stewart Maxwell bjóðar eitt skál. 56 Vælkomin á Setrið Ein heilsan úr Danmark. Morten 58 068-069.... Útbúgvingar á Fróðskaparsetur Føroya Østergaard hugleiðir. 60 Eingin bjørt framtíð uttan lærdan háskúla 62 070-085.....Sergrein Bachelor of Artum Fróðskaparsetur Føroya. Alt sum er at vita um 64 Søgu- og samfelagsdeildin Setrið er at finna her. 66 Bachelor of education Áhugaverd grein úr 68 086-089.....Úr Bachelor ískjáttuni. KT-verkfrøði gamla Meginfelagstíðini frá 1962. 69 Bachelor í orku- og umhvørvisverkfrøði 090-095.....Úr skjáttuni. Fyrsta útgávan av 70 Bachelor í lívfrøði blaðnum sum kom at eita Pisan 72 Sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingin og sum í dag eitur Fjølnir. 74 096-097.....Yrkingar. Vit velja føroyarDrímgóður Bulvitni 76 Elsa Maria Magnusardóttir Olsen bjóðar nøkur vísdómsorð. 77 098-101..... Laura Kathrina Apol Poulsen teknar Skemt. Harriet 78 Bárður okkum Mikkelsen og Birita Dahl lesandi.


LESNAÐUR Í FØROYUM »hvat kann eg lesa í føroyum

» FINN DREYMAÚTBÚGINGINA HER

Navn:: Turid Christophersen Lesur: Bachelor í søgu - Smátjóðir og altjóðagerð Stað: Fróðskaparsetur Føroya Búsitandi í Tórshavn

"Les og lær" er at finna á bókasøvnum og skúlum kring landið. Hon er eisini til keyps í bóka­ha­ndl­ unum og kostar úr 35 krónum.

054 — Fjølnir2014

Les og lær í Føroyum Føroya Ungdómsráð hevur í 2013 læti úr hond­um út­gáv­una Les & Lær í Føroyum. Bók­in er eitt samstarv millum FUR, føroysk fak­feløg og Vinnuhúsið. Bókin er bæði til ung, sum velja sær sína

út­búgvingarleið og til tilkomin, sum ynskja at endurútbúgva ella at víðarútbúgva seg. Bók­in er skipað við lýsing av teim gym­ nas­ ialu miðámsútbúgvingunum og teim yrk ­is­­ligu miðnámsútbúgvingunum. Lýsing er av møguleikunum at taka stuttar, miðal og langar framhaldsútbúgvingar og ph.d.-

lest­ ur, umframt parttíðarútbúgvingar og ikki próvgevandi útbúgvingar. Tað er eingin ivi um, at tað eru fleiri út­ búgv­­ing­ar­møguleikar í Føroyum enn fólk flest geva sær far um og bókin er ætlað til at tað skal vera lættari og greiðari at leita sær kunning um teir møguleikar, sum eru í Føroy­um. Tað er nógvar ferðir lættari hjá ung­ um í Føroyum, at finna útav hvørjar út­búgv­ing­ar eru í eitt nú Danmark enn í Før­ oy­ um, hóast talið á útbúgvingum er fleir­faldað størri, og at Danmark er 1.100 km burturi.

vitja okkum á: mfs.fo


hvat kann eg lesa í føroyum «

LESNAÐUR Í FØROYUM

Ivast tú hvar tú kanst lesa í Føroyum? Les og Lær Les og Lær í Føroyum 2014 í Føroyum vísur tær vísir tær á møgu­út­búgv­ing­ar­leið leikarnir Bókin lýsir útbúgvingar bæði til ung og til­ komin, styttri og longri út­ búgv­ing­ar og bók­ligar sum verkligar út­búgv­ing­ar. Bókin er skipað við lýsing av teim gym­nas­i­a lu mið­náms­út­búgv­­­ ing­­ unum og teim yrkis­ ligu mið­ náms­­út­búgv­ingunum. Lýs­ing er av møgu­leik­unum at taka stuttar, miðal og langar fram­halds­út­búgv­ing­ar og ph.d. lestur. Til tín, sum hugsar um at endur­ út­búgva ella víðariútbúgva teg, eru

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

part­­­­tíð­­ar­­­út­búgv­­ing­ar lýstar. Part­tíð­ ar­­út­­búgv­­ing­ar eru skipaðar soleiðis, at til ber at arbeiða og at taka eina út­búgv­ing sam­stundis. Greitt verð­ur somuleiðis frá um aðrar út­búgv­ing­ ar­møgu­leikar í Før­oy­um, eitt nú ikki próv­gev­andi út­búgv­ing­ar. Í bókini er kunning um út­búgv­ ing­­ar­­nar, lestrartíð, um­sókn­ar­freist, fíggj­ar­v iðurskifti og und­ir­v ís­ing­ ar­­stað. Eisini um upptøkutreytir og fram­­tíð­­ar­­møgu­­leik­ar. Á útbúgvingarstøðunum eru les­

t­rar­­veg­­leið­­ar­­ar, sum fegin vilja veg­­ leiða, áðrenn tú søkir inn á ávísu útbúgvingarnar, eis­ ini um fram­ hald­andi út­búgv­ing­ar­møgu­leik­ar.

árgangur 02 — 055


VÆLKOMIN Á SETRIÐ Vit gleða okkum aftur í ár at taka ímóti nýggjum lesandi á Fróðskaparsetrinum. Í 2014 verða 9 ymiskar bachelorútbúgvingar bodnar út, harav tríggjar geva beinleiðis yrkisførleika. Allar út­búgv­ing­ar­nar eru bygdar upp eftir evropeiskum leisti, soleiðis at tær kunnu setast saman við skiftis- ella fram­haldslestri í øðrum londum. Gransking á Setrinum og øðrum gransk­ing­ar­stovn­um tryggja, at útbúgvingarnar hava altjóða útsýni og dygd, samstundis sum tær taka støði í føroyskum viðurskiftum. Setrið leggur dent á at skapa eitt gott lestrar­um­hvørvi, ið er merkt av frælsi og nýhugsan, har tey lesandi bæði hava møguleika at fordjúpa seg í sínum fakøki og at arbeiða tvørfakligt. Framtíðin krevur í alt størri mun fjøltáttað samstarv millum fak- og samfelagsbólkar, har gransking, út­búgving og nýskapan eru í miðdeplinum. Sigurð í Jákupsstovu, rektari

Tilfari um útbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum er úr faldaranum "SKAPA TEG Á SETRINUM" ið er at finna á www.setur.fo



LESNAÐUR Í FØROYUM » fróðskaparsetur føroya

» LESTRARSTAÐ – FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA

Navn: Sigurð í Jákupsstovu, rektari Leiðsla, Setursskrivstovan Samband: Telefon:+298 352 503 Fartelefon:+298 210 280 Teldupostur: sigurdj@setur.fo

Útbúgvingar á Fróðskaparsetur Føroya Tá nýggja lógin fyri Fróðskaparsetur Før­ oya og granskingarpolitikkurin verða lis­ in saman, sæst ein greiður politiskur vilji til, at Setrið skal mennast og vaksa, út frá eini ásannan um, at eitt sterkt og vir­ k­ ið universitetsumhvørvi er ein av horna­ steinunum undir framtíðar vøkstri og samfelagsmenning. Setrið er í broyting, í vøk­st­ri og í ferð við at menna seg til eitt universitet við millum 700 til 1000 les­ andi – staðsett í Tórshavn – ið hevur til enda­ máls at bjóða altjóða viðurkendar út­búgv­ing­ar á bachelor og master stigi um­ framt granskingarútbúgvingar á ph.d stigi. Ambitiónin er at skapa eitt ríkt og spenn­ andi granskingar- og lestrarumhvørvi, har frálæran er grundað á dygdargóða gransk­ ing og sum tekur støði í føroyskum viður­ skiftum. Útbúgvingar sum í dag kunnu takast á Fróðskaparsetrinum eru hesar: • • • • • • •

058 — Fjølnir2014

BSc.Cur í sjúkrarrøktarfrøði BA í samfelagsvísindi BA í søgu BSc.Soc í stjórnmálafrøði BEd - lærari BEd - námsfrøðingur BA og MA í føroyskum

• • • • •

BSc í lívfrøði BSc í kt-verkfrøði BSc í orku- og umhvørvisverkfrøði MA í løgfrøði MA í vegleiðing

Umframt hesar útbúgvingar verður eisini skipað fyri stakskeiðum og diplomskeiðum eftir tørvi. Verandi útbúgvingar geva eina sterka grund fyri víðarimenning av Setri­ num. Ætlanin er at styrkja og víðka hesar kom­ andi árini, samstundis sum vit seta okk­ um ambitiøs mál um, hvussu Setrið skal mennast til framtíðar uppgávur, og um hvønn leiklut Setrið skal hava í sam­felag­ num. Setrið ein aktivur og kritiskur aktørur í samfelagsmenningini

Umframt at granska og veita gransk­ing­ar­ grund­aða frálæru er ein høvuðsuppgáva hjá Setri­num at verða ein aktivur og kritiskur ak­tør­ur í samfelagsmenningini. Setrið skal birta undir nýhugsan og nýskapan. Nútímans sam­ feløg standa yvirfyri avbjóðingum, sum eru globalar, og har øll samfeløg, stór sum smá, eiga at taka ábyrgd og luttaka í loysnum. Smærri samfeløg hava møguleika

vitja okkum á: mfs.fo


fróðskaparsetur føroya « LESNAÐUR Í FØROYUM

fyri ávirkan av tí, at broytingar og loysnir oftani eru lætt­ ari at implementera lok­alt og kunnu tí fáa ávirkan altjóða. Henda menn­ ing setur nýggj krøv til okk­ara fróð­skap­ ar­setur, gransk­ing­ar­ stovn­­ar og vinnulív fyri tvørfakligum sam­­­starvi. Eitt tílikt sam­starv gev­ur góð­­ar møgu­leik­ar fyri at samanseta fak­­disi­­ pli­­ nir tematisk í út­ búgv­ing­ar, ið hóska til okkara samfelagstørv, men sum eisini hava týdning langt út um Føroyar – t.d. kann hugsast, at vit fáa ein bachelor í burðardyggari fiski­vinnuumsiting. Málið er at skapa eitt fróð­skap­ ar­set­ur, ið er fyrsta val hjá størsta parti­­ num av teimum, sum lúka mið­náms­prógv. Harumframt skal á Setrinum skapast eitt virkið um­ hvørvi fyri lesandi úr øðrum lond­um og fyri lesandi, ið ynskja at troyta tilboð innan fjarlestur og part­tíð­ar­ lestur. Ein framtíðarvisjón

Lesandi sita í stóru lesistovuni í nýggju seturslonini, sum ber brá av at vera sera nýmótans, men sam­ stund­is rótfest í føroyskari byggi­list og siðsøgu. Í lesistovuni eru nógvir klivar, ið lesandi og gransk­ arar kunnu bíleggja sær fyri styttri ella longri tíðarbil. Klivin er sera væl innrættaður við nýmótans hent­leik­ um og tøkni, ið birtir undir at alt

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

til­far, ið nýtt verður í lesnaðinum er talgilt – tí hava næmingar og gransk­ ar­ ar hvør sær eisini ein talgildan kliva – á netinum – hetta er teirra pall­ur sum tey arbeiða og samskifta frá í samband við teirra lestrar- og gransk­ing­ar­starv. Lesistovan gevur tær fysisku karmarnar – eitt stað at fara til arbeiðis sum eggjar og stim­brar. – Talgildi klivin ella virtu­ ella lestrarumhvørvið er hýstur í framkomnu altjóða e-learning skip­ an­ina, sum Setrið er vorið partur av, her samskifta og kjakast granskarar og lesandi (kanska úr øllum heimi) um lesiætlanir, verkætlanir, upp­gáv­ ur, ástøði og háttaløg og ja - eisini um sosial viðurskifti – tiltøk í viku­ skiftinum, filmar, ítrott o.a. Sam­ skift­ ið fer fram á ymiskum mál­ um alt eftir hvør luttekur í bólki­ num, hetta ger sjálvandi, at enska málið vinnur nógv fram, bæði í undir­v ísing og samskifti – kanska eitt neyðugt amboð til at gerast

part­­ur av altjóða rákinum. Afturat lesi­­ stovu­ ni eru salir til fyrilestrar, ráð­­stevn­ur og framkomnar films­v ís­ ing­ar – matarhøll/café, skrivstovur, bóka­ savn - og onnur øki, ið geva ar­beiðs­um­støður fyri størri og smærri bólkar. Sera stórur dentur er lagd­ ur á at brúka nýmótans tøkni, - skíggjar og samskiftistøkni er integreraður partur alla staðni í húsinum, soleiðis at interaktivt sam­skiftið við livandi myndum og góð­um ljóði verður nátúrligur partur av gerandis- og arbeiðsdegnum. Fyri tann vitjandi er greitt, at hann er inn­komin í eitt nýmótans og altjóða um­hvørvi, - enskt og norðurlendsk mál hoyrast, á skrá eru almenn tiltøk har granskingarumhvørvi, samfelag og vinnulív møtast at kjakast um, hvussu framtíðar samfelagið skal skip­­ast, t.d. hvussu vit fremja burð­ ar­­dygg­an búskaparvøkstur, væl­­v irk­ andi sosialar skipanir og demo­k rati.

árgangur 02 — 059


LESNAÐUR Í FØROYUM

» sergreinar um fróðskaparsetur føroya

» LESTRARSTAÐ – FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA

Navn: Firouz Gaini, Útbúgving: ph.d. og lektari í antropologi við Fróðskaparsetur Føroya Búsitandi í Tórshavn

Greinin er endurprenta úr Fjølnir 2012

060 — Fjølnir2014

Eingin bjørt framtíð uttan Lærdan háskúla Tað er trupult at ímynda sær eina bjarta framtíð uttan nakran lærdan háskúla í Føroy­ um. Føroyingar kunnu illa skapa eitt fram­k­omið, fólkaræðiligt samfelag, ið bjóð­ar framtíðini av, uttan at verja og eis­ini menna Fróðskaparsetur Føroya. Smá út­ jað­ara­sam­feløg, til dømis Tromsø (Noreg) og Rovaniemi (Finnland), høvdu ongantíð megnað at skapt eitt sterkt og fjølbroytt lo kalumhvørvi – listarliga, mentanarliga og búskaparliga – uttan ein lærdan háskúla, sum virkar sum “orkudepil”, ið skapar virksemi og lokkar fólk til økið. Ísland, okk­ara nærmasti granni, er eitt annað gott

dømi. Lærdi háskúlin á Akureyri (á stødd við Havnina) hevur til dømis 1.600 lesandi. Og kanska serliga har, ið gamlar vinnur hvørva og fólk í besta aldri rýmir, til dømis í út­jað­ara­økjum í Norðurlondum, kann ein íløga í lærdan háskúla vera við til at venda nei­ligu gongdini og skapa vøkstur. Tað er ikki so løgið sum tað kanska ljóðar. Tað snýr seg um at gera eina ætlan fyri samfelagið, har stovnurin, sum tekur sær av undirvísing og gransking á hægsta støði – og sum so­statt kann kallast ein vitanardepil – fær góð­ar karmar at virka undir. Tað krevur bú­skap­ ar­lig­an og politiskan stuðul. Í Finnlandi, til

vitja okkum á: mfs.fo


sergreinar um fróðskaparsetur føroya «

dømis, var breið politisk semja um at satsa alt uppá vit­an (vísindi) og menning, tá samfelagið varð rakt av djúpari kreppu í kjalar­vørri­ num á upploysn Sov­­jet­sam­ veld­sins. Hetta hev­­ur verið við til at lyfta land­ið upp á nýggjar tind­ar. TRONG KOR

LESNAÐUR Í FØROYUM

í føroyum hevur fróðskaparsetrið, síðan tað í 1965 varð stovnað sum akademi, havt rættiliga trong kor at virka undir. setrið, sum tað vanliga verður kallað á mannamunni, hevur yvirlivað uttan at veruliga sleppa at spenna seg út. harvið hava vísindaligir menningarmøguleikar ongantíð verið troyttir. tað tykist tó, sum at setrið spakuliga er í ferð við at fáa ta almennu viðurkenning, tað hevur tørv á – og uppiborið.

Í Føroyum hevur Fróðskaparset­ rið, síðan tað í 1965 varð stov­n­að sum akademi, havt rættiliga trong kor at virka undir. Setrið, sum tað vanliga verður kallað, hevur yvir­­livað utt­an at veruliga sleppa at spenna seg út. Harvið hava vís­inda­ lig­ir menningarmøgu­leik­ar ong­­­an­tíð ver­ið troyttir. Tað tykist tó, sum at Setr­ið spakuliga er í ferð við at fáa ta almennu viðurkenning, tað hev­ ur tørv á – og uppiborið. Frá­flyt­­ing og búskaparligur stígur, meira enn úrslit av arbeiðinum á Set­ri­­num, eru høvuðsatvoldin til skift­­ið í sam­­felagsrákinum. Í mong ár hava Føroyar verið merktar av eini sonevndari “braindrain” (heila­flýggj­ an), sum mest av øllum minnir um døpru støðuna hjá afrikonskum og asi­at­isku­m londum. Stóri spurn­ing­ ur­in verður tí, hvussu vit kunnu fáa út­búnar føroyingar heim at arbeiða. Ella, sum eisini verður sagt, hvussu vit fáa ungdómin at velja at lesa heima í Føroyum. Vit kunnu eisini siga, at samfelagið ferðast í óndari ring­rás, har ung rýma, tí møguleikar mangla, og har samfelagið stirðnar, tí ongin nýhugsan hómast. Eitt

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

styrkt Fróðskaparsetur, sum umboðar eitt fjølbroytt lestrarumhvørvi og fram­­taks­­hugað granskigarumhvørvi, har “forvitni er drívmegin”, kann uttan iva vera við til menna føroyska sam­­felagið í kappingarkendu globaliser­­­ings­øldini. ramtíðar visjónin hjá Fróðskapars

Fróðskaparsetrið hevur nógvar ymsar leiklutir. Talan er um nógv meira enn undirvísing og gransking fyri tey “útvaldu”. Hetta er ein vanlig mis­ skilj­ ing manna millum. Setrið um­ boðar eitt samansett umhvørvi, sum kann skapa útbúgving, gransk­ ing, menning, almenna upplýsing, al­­tjóða samstarv, mentanarliga ný­­hug­s­an, fakligt alment kjak,

bú­­skap­ar­vøkstur, osfr. Tað­ er mangan, í ein­ um lang­ tíð­­ar­per­spek­tivi, tað mest “ósjónliga” og óítøki­­liga íkast­­ið, sum sprett­­ur úr Aka­ demia, sum skap­­ ar størstu fram­brotini í sam­­felag­num. Sam­starvið mill­um lærdar há­ skúlar og aðrar privatar og almennar ak­­­t­ørar í sam­f­elagnum skap­­ar eina so­nevnda “syn­er­gi­effekt”, ið allir partar fáa ágóða av. Tað snýr seg við øðrum orðum ikki ein­ans um at lokka úti­ setar heim, men eins nógv um at fáa brúkt menniskjaliga til­­feing­ið, sum er í landinum á ein skynsaman (og “tíð­ ar­ hósk­ andi”) hátt. Og tað gerst millum annað við at skapa eitt meira al­ t­ jóða u n i­­v e r s i­t e t­s­u m­h v ø r v i , har “ser­­frøð­ingar” og ung lesandi samstarva tvørtur um sosial, mentanarlig og landafrøðilig mørk. Felags fyri luttakararnar er vís­inda­liga forvitnið og hugurin at menna nýggj hugskot og álítandi vit­an. Hetta kann eisini tulkast sum ein moderna fólkaræðilig “ment­ an”, har menniskju ynskja at seta spurnartekin við óváttaðar “sann­ leik­ar” og eggja til kjak, sum opnar fyri nýggjum øðrvísi frágreiðingum og sjónarhornum. Tí er Setrið ein kjarnu­leikari í spælinum um framtíð Føroya.

árgangur 02 — 061


LESNAÐUR Í FØROYUM »hvat kann eg lesa í føroyum

» LESTRARSTAÐ – FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA

Lestrartíð: 3 ár - 180 ECTS Umsóknarfreist: Kvota 2: 15. mars 2014 Kvota 1: 1. juli 2014 Upptøkutal á lesandi: Umleið 20

Navn:: Turid Christophersen Lesur: Bachelor í søgu - Smátjóðir og altjóðagerð Stað: Fróðskaparsetur Føroya Búsitandi í Tórshavn

Bachelor í føroyskum máli og bókmentum

Bachelor of Art Lestrartíð: 3 ár - 180 ECTS Umsóknarfreist: Kvota 2: 15. mars 2014 Kvota 1: 1. juli 2014 Upptøkutal á lesandi: Umleið 20 Hvar er lærustovnurin: Føroyamálsdeildin, V.U. Hammershaimbs gøta 16, Tórshavn

062 — Fjølnir2014

Útbúgvingin leggur dent á føroysktmál og bókmentir frá elstu tíð til okkara dagar og samband teirra við føroyska søgu og mentan sum heild. Mál og bókmentir verða lýst í norðurlendskum høpi, og haraftrat verður hugt at fyritreytum teirra í evropeiskari søgu, heimspeki og mentan. BA í føroyskum er 3 ára útbúgving, sum er sett saman av tveimum pørtum. Fyrri partur er 1½ ára støðisnám við bundnum lærugreinum, meðan tað seinna 1½ árið er sett saman av valfríum lestrarevnum. Eftir staðið støðisnám kann studenturin fara undir seinna part, har studenturin frítt

kann velja sær lestrarevni svarandi til 70 ECTS, umframt BA-ritgerð, sum telur 20 ECTS. Hjánám kann vera partur av mið­náms­ lær­ara­útbúgving. Hjánám er sett saman av 60 ECTS úr fyrra parti av BA-náminum og 30 ECTS av lestrarevnum á MA-stigi. Upptøkutreytir

Til at verða upptikin at lesa BA og hjánám í føroyskum krevst bókligt (t.e. gymnasialt) mið­náms­prógv við góðum próvtali í før­ oysk­­­um. Tað er ein fyritreyt, at studenturin

vitja okkum á: mfs.fo


fróðskaparsetur føroya « LESNAÐUR Í FØROYUM

hevur føroyskt sum móðurmál ella sam­svarandi førleika. Umsøkjarar, ið søkja á øðrum grund­­ ar­ lagi, mugu prógva, at teir lúka samsvarandi krøv. Møguleikar fyri arbeiði eftir lokna útbúgving

Útbúgvingin gevur starvsmøguleikar, har hollur kunnleiki til móðurmálið er neyðugur, t.d. innan miðlar, fyri­ sit­ ing, granskingarstovnar og í und­ir­v ísing.

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

Framhaldandi útbúgving

Studentur, ið hevur staðið BAprógv í føroyskum, kann søkja um upp­ tøku á MA-námið, sum er 2 ára framhaldslestur eftir staðið BAprógv. Fyri at halda fram á MA er treyt­ in: lokið BA-prógv við í minsta lagi 7 í miðal eftir 7-talsstiganum og 8 í miðal eftir 13-talsstiganum. Eisini er møguleiki at taka sam­ an­ sett­MA í føroyskum. Tá kann før­oy­­skt antin vera høvuðsgrein ella

hjá­grein. Útbúgvingin gevur før­leika til at undirvísa í tveimum læru­grein­ um í miðnámsskúlunum. Nærri kunning

www.setur.fo ella við at venda tær til lestrarvegleiðingina: FMD-studvegl@setur.fo

árgangur 02 — 063


LESNAÐUR Í FØROYUM » hvat kann eg lesa í føroyum

» LESTRARSTAÐ – FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA

Navn:: Turid Christophersen Lesur: Bachelor í søgu - Smátjóðir og altjóðagerð

BACHELOR

í søgu og samfelagsvísund

Stað: Fróðskaparsetur Føroya Búsitandi í Tórshavn

Útbúgvingarnar á Søgu- og sam­ felags­ deild­ini á Setrinum eru tvørvísindaligar, ið merk­­ir, at tað verður tikið støði í praktiskum søgu- og samfelagsligum viðurskiftum, við stór­um denti á problemgrundaða læring. Tú kem­ur at ganga til nógvar fyrilestrar, men tú lærir harafturat sjálvstøðugt arbeiðslag, sam­starv og kritiska støðutakan, hetta ikki minst gjøgnum projektarbeiði. Tey bæði fyrstu árini eru støðisár, har lærugreinarnar í ávís­an mun eru tær somu sum í Politikki og umsiting og Sosialvísindum og sam­ felags­plan­legging.

Lestrartíð:

Bachelor í søgu

3 ár - 180 ECTS

(Smátjóðir og altjóðagerð) Bachelor of Art

Umsóknarfreist: Kvota 2: 15. mars 2014 Kvota 1: 1. juli 2014 Upptøkutal á lesandi: Umleið 20 Hvar er lærustovnurin: Søgu- og samfelagsdeildin, Jónas Broncks gøta 25, Tórshavn

064 — Fjølnir2014

Søga (Smátjóðir og altjóðagerð) er fyri tey, sum hava áhuga fyri søgu við serligum atliti at smátjóðum og teirra avbjóðingum. Her lærir tú m.a.: • Um søguvísindaligt arbeiðslag • Um føroyska og alheimssøgu • Um altjóða politikk og modernitet • Um nationalismu og etnisitet • Um smátjóðir í danska ríkinum

Upptøkutreytir: Til at verða upptikin at lesa bachelor í søgu (smátjóðum og altjóðagerð krevst bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsprógv. Møguleikar fyri arbeiði eftir lokna útbúgving: Søga (Smátjóðir og altjóðagerð) er lest­urin fyri tey, sum innan ymisk øki ynskja at arbeiða við avbjóðingum hjá smá­tjóð­um, men gevur eisini nógvar aðrar kvali­fika­ tión­ ir, herundir víðari lesnað, sum m.a. Gev­ ur førleikar til hægri undirvísingarella granskingarstørv. Framhaldandi útbúgving: Við okkara útbúgvingum ert tú væl ílatin bæði til arbeiðsmarknaðin og til víðari lest­ ur á masterstigi. Bachelor í samfelagsvísindum

(Politikkur og umsiting) Bachelor of Social Science Politikkur og umsiting er fyri tey, sum hava áhuga í, hvussu politikkur verð­­ ur

vitja okkum á: mfs.fo


fróðskaparsetur føroya « LESNAÐUR Í FØROYUM

Lestrartíð: 3 ár - 180 ECTS Umsóknarfreist: Kvota 2: 15. mars 2014 Kvota 1: 1. juli 2014 Upptøkutal á lesandi: Umleið 15

skaptur, reguleraður og broytt­­­­ur. Her lærir tú m.a: • Um samfelagsvísindaliga teori og metodu • Um tvørvísindi og projektarbeiði • Um føroyskan og altjóða politikk • Um stýringskipanir, demokrati og makt • Um hvussu almennur politikkur verður umsitin og reguleraður Upptøkutreytir: Til at verða upptikin at lesa bachelor í Politikki og umsiting krevst bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsprógv. Møguleikar fyri arbeiði eftir lokna útbúgving: Politikkur og umsiting er lesnaður fyri tey, sum hava hug at starvast inn­ an politikk, almenna um­ siting ella á privatum stovnum. Framhaldandi útbúgving: Við okkara útbúgvingum ert tú væl ílatin bæði til arbeiðsmarknaðin og til víðari lestur á masterstigi.

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

Bachelor í samfelagsvísindum

(Sosialvísindi og samfelagsplanlegging) Bachelor of Social Science Sosialvísindi og sam­felags­plan­legg­ ing er fyri tey, sum hava áhuga í sam­felag­skipanum, og hvussu hesar skip­anir regulerast og mennast. Her lærir tú m.a: • Um samfelagsvísindaliga teori og metodu • Um tvørvísindi og projektarbeiði • Um vælferð, vælferðarsamfelag og vælferðarskipanir • Um samanspælið millum al­ menn­ an politikk, marknað og sivil­samfelag • Um hvussu institusjónir og orga­ ni­sa­sjónir virka, stýrast og mennast Upptøkutreytir: Til at verða upptikin at lesa bach­elor í Sosialvísindum og sam­ felags­ plan­ legg­ ing krevst bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsprógv.

Møguleikar fyri arbeiði eftir lokna útbúgving: Sosialvísindi og sam­felags­plan­legg­ ing er lesnaður fyri tey, sum hava áhuga at starvast innan almennar, alment gagnligar og privatar orga­ nis­a­s­jónir, men gevur eisini nógvar aðr­ ar førleikar herundir til víðari lesnað. Framhaldandi útbúgving: Við okkara útbúgvingum ert tú væl ílatin bæði til arbeiðsmarknaðin og til víðari lestur á masterstigi. Undirvísingin ferð fram á: Søgu- og samfelagsdeildini, Jónas Broncks gøta 25, Tórshavn Nærri kunning www.setur.fo ella við at venda tær til lestrarvegleiðingina: SSD-studvegl@setur.fo

árgangur 02 — 065


LESNAÐUR Í FØROYUM » hvat kann eg lesa í føroyum

» LESTRARSTAÐ – FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA

Navn:: Turid Christophersen Lesur: Bachelor í søgu - Smátjóðir og altjóðagerð Stað: Fróðskaparsetur Føroya Búsitandi í Tórshavn

Lestrartíð: 4 ár -240 ECTS Umsóknarfreist: Kvota 2: 15. mars 2014 Kvota 1: 1. juli 2014 Upptøkutal á lesandi: Lærara: uml. 25 Námsfrøðing: Uml. 35 Hvar er lærustovnurin: Námsvísindadeildin, Frælsið 20, Tórshavn

066 — Fjølnir2014

Bachelor of Education Læraraútbúgving á bachelorstigi

Bachelor of Education Upptøkutal á lesandi: Umleið 25 Lesturin tekur tilsamans 4 ár, og er skipað­ ur í tveimum stigum. Fyrst ein trý ára B.Ed. útbúgving (bachelor of education), síðani eitt fjórða lestrarár, ið gevur yrkisførleika til lærara. 1. lestrarár er skipað partvís sum samlestur ímillum lærara- og náms­frøð­ inga­ lesa­ ndi, har ymisk vitanarøki innan menning og læring í sambandi við børn og ung eru á skránni. 2. lestrarár er hug­ vís­inda- ella náttúruvísindabreyt. 3. og 4. lest­rar­ár er linjulestur, har tey lesandi nema sær fakliga, námsfrøðiliga og didaktiska ser­v it­an innan ávís fakøki. Linjulestur hevur fakøkini, sum eru í føroyska fólkaskúlanum, eitt nú før­ oyskt, danskt, enskt, týskt, kristni, søga, samfelagsfrøði, lívfrøði, landalæra, alis-/ evnafrøði, støddfrøði, myndlist, hond­arb­ eiði, smíð, heimkunnleiki, ítrótt, tónleik, nátt­úru/tøkni og kunningartøkni. Eisini eru felags linjur ímillum náms­ frøð­ inga – og læraralesandi: innskúling/ skúla­búgv­ing, námsfrøðilig leiðsla og fyri­ sit­ing, sernámsfrøði.

Í síðsta fjórðingi av triðja lestrarári verð­ur arbeitt við bachelorverkætlanini. Í síðsta fjórð­ingi av fjórða lestrarári verður arbeitt við eini yrkisrættaðari verkætlan. Til ber at lesa partar av lestrinum uttanlands. Hetta kann gerast í triðja ella fjórða lestrarári, tá ið linju­lesturin er á skránni. Upptøkutreytir Til at verða upptikin at lesa læraraútbúgving á bachelorstigi krevst bókligt (t.e. gym­ nasi­a lt) miðnámsprógv. Møguleikar fyri arbeiði eftir lokna útbúgving Nógvir fjølbroyttir starvsmøguleikar eru innan menning og læring, har nýggj vitan støðugt gevur nýggjar, spennandi av­­­bjóð­ingar. Í lærarayrkinum arbeiðir tú við børnum og ungum í nógvum ymiskum aldr­­um og innan nógv ymisk spennandi fak ­øki. Framhaldandi útbúgving B.Ed. prógvið gevur atgongd til master – ella kandidatútbúgvingar innan náms­ frøði­liga og didaktiska økið. Nærri kunning www.setur.fo ella við at venda tær til lest­ rar­vegleiðingina: paulinap@setur.fo

vitja okkum á: mfs.fo


LESNAÐUR Í FØROYUM

Lestrartíð: 4 ár - 240 ECTS Umsóknarfreist: Kvota 2: 15. mars 2014 Kvota 1: 1. juli 2014 Upptøkutal á lesandi: Umleið 25 og 35

Námsfrøðiútbúgving á bachelorstigi

Bachelor of Education Upptøkutal á lesandi: Umleið 35 Lesturin tekur tilsamans 4 ár, og er skipaður í tveimum stigum. Fyrst ein trý ára B.Ed. útbúgving (bachelor of education), síðani eitt fjórða lestrarár, ið gevur yrkisførleika til námsfrøðing. 1. lestrarár er skipað partvís sum samlestur ímillum lærara- og náms­ frøð­inga­les­andi, har ymisk vitanarøki innan menn­ing og læring í samband við børn og ung eru á skránni. 2. lestrarár er savnað um trý kjarnuøki. Fyrra hálvárið er savnað um serøkið, seinna hálvárið um skeiðini: 1) mál, mentan og siðsøga, og 2) menniskja, stovn­ur og samfelag. 3. og 4. lestrarár eru linjulestur, har tey lesandi nema sær fak­ liga, námsfrøðiliga og didaktiska

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

servitan inn­­an ávís fakøki. Linjulestur hevur fak­­økini smá­barnapedagogikk, estetiskar læru­­­­til­gongdir og kreativa barnið um­ framt fak­ økið heilsa, kroppur og rørsla. Eisini eru felags linjur ímillum náms­frøð­inga – og læraralesandi: inn­ skúling/skúla­búgv­ing, ser­náms­frøði, náms­frøðilig leiðsla og fyri­sit­ing. Í síðsta fjórðingi av triðja les­ trar­ári verð­ur arbeitt við bach­el­or­­­ verkætlanini. Í síðsta fjórð­ ingi av fjórða lestrarári verður arbeitt við eini yrkisrættaðari verkætlan. Til ber at lesa partar av lestrinum uttan­ lands. Hetta kann gerast í triðja ella fjórða lestrarári, tá ið linjulesturin er á skránni. Upptøkutreytir Til at verða upptikin at lesa náms­ frøð­inga­út­búgv­ing á bachelorstigi krevst bókligt (t.e. gymnasialt) mið­ námsprógv.

Møguleikar fyri arbeiði eftir lokna útbúgving Nógvir fjølbroyttir starvsmøguleikar eru innan menning og læring, har nýggj vit­ an støðugt gevur nýggj­ ar spennandi av­bjóð­ing­ar.­ Sum náms­ f­røð­ing­ur kanst tú arbeiða í vøggu­ stovu, barnagarði, frí­tíð­ar­skúla, ung­­dóms­húsi, og á nógvum økj­um innan serøkið. Framhaldandi útbúgving B.Ed. lesturin gevur atgongd til master – ella kandidatútbúgvingar innan náms­ frøði­ liga og didaktiska økið. Nærri kunning www.setur.fo ella við at venda tær til lestrarvegleiðingina: paulinap@ setur.fo

árgangur 02 — 067


LESNAÐUR Í FØROYUM »hvat kann eg lesa í føroyum

» LESTRARSTAÐ – FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA

Navn:: Turid Christophersen Lesur: Bachelor í søgu Smátjóðir og altjóðagerð Stað: Fróðskaparsetur Føroya Búsitandi í Tórshavn

Lestrartíð: 3 ár -180 ECTS Umsóknarfreist: Kvota 2: 15. mars 2014 Kvota 1: 1. juli 2014 Upptøkutal á lesandi: Uml. 20 Hvar er lærustovnurin: Náttúruvísindadeildin, Nóatún 3, Tórshavn

068 — Fjølnir2014

Bachelor Í KT-VERKFRØÐI Hevur tú áhuga fyri at arbeiða við KT-

loys­n­­um og nýggjum vinnumøguleikum, so er KT-verkfrøði rætta útbúgvingin fyri teg. KT-verkfrøði er ein fjølbroytt uni­versi­tet­s­út­­ búgv­ing. Útbúgvingin er skipað sum 3-ára bache­l­or­útbúgving eftir altjóða leisti. Tú lærir um teldu­frøði og forritan, stødd- og hagfrøði, al­gor­it­mur og datastrukturar, databasur og KT-­skipanir, datasamskifti umvegis føst og tráðleys net, internet og web-skipanir, verk­ ætlan­ar­leið­slu og fíggjarstýring. Útbúgvingin gevur tær soleiðis eina breiða vitan um kunningar- og samskiftistøkni. Høvuðs­dent­urin í útbúgvingini er á bygnað, nýtslu og forritan av KT-skipanum. Hetta gevur tær gott grundarlag fyri at arbeiða við software-menning og KT-verkætlanarleiðslu av tekniskum, fyrisitingarligum og handils­ lig­um telduskipanum. Tú fært gott innlit í teldu­skip­an­ir til bæði føroyska vinnulívið og sam­felags­fyri­sit­ing­ina. Dentur verður eisini lagdur á altjóða KTevni, sum geva tær gott innlit í nýggjar vinnu­ møgu­leikar í bæði føroyskari og altjóða KTvinnu. Tí KT-økið er í støðugari menning, sum verður tikin við í útbúgvingina, t.d. app-­forritan til fartelefonir. Ynski­ligt fyri lesturin er, at tú hevur góð­ar mál­­før­­leik­­ar í enskum, føroyskum og skandi­­­­ nav­­­ isk­ um máli. Í flestu skeiðum er mesta undir­vísingartilfarið á enskum, og í ein­støk­­ um skeiðum á donskum ella svens­k­um.­

Uml. 30 % av skeiðunum eru skipað sum fjar­lest­ur frá Mittuniversitetinum í Svøríki, har lærubøkurnar oftast eru enskar, men har ymiskt undirvísingartilfar og kunning frá undir­vís­a­rum kann vera á svenskum. Upptøkutreytir Treyt fyri upptøku er, at umsøkjari hevur mið­náms­prógv við støddfrøði á B ella A stigi. Mið­al­talið í lærugreinini skal vera í minsta lagi 6 eftir 13-stiganum. Miðaltalið verður roknað av skrivligum og munn­lig­um próvtalsúrslitum og endaligum árs­met­um. Aðrar fortreytir við javnsettum kunn­leika­ støði kunnu góðtakast eftir nærri meting. Møguleikar fyri arbeiði eftir lokna útbúgving Sum KT-verkfrøðingur hevur tú ar­ beiðs­ møgu­leik­ar bæði innan- og uttanlands. KTverk­frøð­ing­ar starvast í privatum fyritøkum, í al­menn­ari fyrisiting ella innan undirvísingog gransk­ing. Dømi um arbeiðsøki eru: • KT-menning, forritan og verk­ætlan­ar­leið­ sla í KT-virkjum, fjarskiftis- og in­ter­net­fyri­ tøk­ um KT-rakstur og -trygd hjá bankum, trygg­ing­ar­feløg­um, privatum virkj­um­ og al­menn­um stovnum. • Snild og effektiv nýtsla av KT til skap­ an av nýggj­um vørum og tæn­ast­um, t.d.

vitja okkum á: mfs.fo


hvat kann eg lesa í føroyum « LESNAÐUR Í FØROYUM

Lestrartíð: 3 ár - 180 ECTS Umsóknarfreist: Kvota 2: 15. mars 2014 Kvota 1: 1. juli 2014 Upptøkutal á lesandi: Umleið 20

Innan heima­s­íðu­skip­an­ir og app­ur til net­­­handlar, spøl, kapp­ing­ar, lýs­ ing­ar- og miðlafyritøkur. • Undir­ v ísing í KT, umframt menn­ing­ og rakst­ur av undir­v ís­ing­ ar­am­boð­­um- og fjar­lest­rar­skipanum. • Gransking og ráðgevandi verk­ frøði, data­inn­savn­ing og – viðgerð, teld­u­­­simu­ler­ing. KT-­verk­frøð­ing­ar ar­­beið­a við teldumodellum og stór­um data­­­nøgdum innan nógv ymisk fak­­­ øki, t.d. Fjarskifti, ílegugransking, veð­ur­­­­­lags­­­grans­k ­ing og orkusparing. Framhaldandi útbúgving Avtalur um víðari lestur í KT eru gjørdar við Danmarkar Tekniska Uni­­­­­­versi­­­tet, við Uni­versi­te­t­ið í Keyp­ manna­­­havn og við Mitt­uni­versitetið. KT-verkfrøði kann við møguligum av­­­­mark­­­­­ing­­­um eisini vera støði undir víð­ari út­­búgv­ing­um við onnur uni­ versi­­­tet. Nærri kunning www.setur.fo ella við at venda tær til les­t­rarvegleiðingina: NVD-studvegl@setur.fo

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

Bachelor Í ORKU- OG

UMHVØRVISVERKFRØÐI Útbúgvingin er ein nýggj verk­ frøði­ út­ búgv­ ing, ið fór í gongd fyri fyrstu ferð á sumri 2013. Arbeitt verður nú við at eftirmeta útbúgvingina, og fyri at geva møguleikar fyri tillagingum, verður hon ikki boðin út í 2014. Møguleikin verður aftur í 2015. Útbúgvingin gevur vitan um burð­ar­dygga orkuveiting, burð­ar­dygga orku­nýtslu og um jaliga týdn­ ing­ in, ið hetta hevur fyri umhvørvi og sam­­ felag. Spurningurin um, hvar vit fáa orkuna frá í framtíðini, er sera við­ komandi fyri samfelagið. Før­­­­­oyar hava fjølbroyttar nátt­úru­ giv­n­­­ar møguleikar fyri at vinna orku úr varandi orkukeldum sum t.d. vatni, vindi, sjóvarfalli og aldu. Ein serstøk avbjóðing fyri eitt oyggjasamfelag sum okkara er, at samband ikki er til aðrar orku­­­veit­­ar­ar ígjøgnum eitt felags veit­­­ing­­­ar­­net. Tí er týdningarmikið at fáa eina burðadygga loysn fyri, hvussu ymiskar orkukeldur kunnu fáast at virka saman innanlands, so sam­­felagið verður minni heft av inn­­­flutt­ari olju. Útbúgvingin end­ ar við eini verkætlan, har tú fært høv­ið til at seta teg serliga væl inn í eitt evni, ið útbúgvingin fevnir um. Fróð­skap­ar­setrið og aðrir stovn­ar hava hópin av áhugaverdum til­fari til tín at kanna og viðgera í verk­ ætlan­ini.

Upptøkutreytir Treyt fyri upptøku er, at tú hevur miðnámsprógv og við nøktandi úrsliti hevur staðið: • Støddfrøði á A stigi • Alisfrøði á B stigi • Evnafrøði á C stigi Aðrar fortreytir við javnsettum kunn­­­leika­­støði kunnu góðtakast eftir nærri meting. Møguleikar fyri arbeiði eftir lokna útbúgving Útbúgvingin gevur tær grund­­­ ar­­lag fyri fjøltáttaðum starv­s­ møgu­­leik­um innan ráðgeving og fyri­ siting hjá privat­ um og al­men­n­um virkjum og stovn­um. Framhaldandi útbúgving Eftir at hava tikið hesa út­búgv­ing­ ina, hevur tú møguleika at útbúgva teg víð­ari á øðrum Universitetum kring heim­in. Nærri kunning www.setur.fo ella við at venda sær til lestrarvegleiðingina: NVD-studvegl@setur.fo Tikið verður upp aftur í 2015 Upptøkutal á lesandi: Umleið 20 Hvar er lærustovnurin: Nátt­úru­vís­inda­deild­in, Nóatún 3, Tórshavn

árgangur 02 — 069


LESNAÐUR Í FØROYUM » hvat kann eg lesa í føroyum

» LESTRARSTAÐ – FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA

Navn:: Turid Christophersen

Lestrartíð: 3 ár - 180 ECTS Umsóknarfreist: Kvota 2: 15. mars 2014 Kvota 1: 1. juli 2014 Upptøkutal á lesandi: Umleið 20

Lesur: Bachelor í søgu - Smátjóðir og altjóðagerð Stað: Fróðskaparsetur Føroya Búsitandi í Tórshavn

Bachelor Í LÍVFRØÐI Bachelor of Science

Lestrartíð: 3 ár -180 ECTS Umsóknarfreist: Kvota 2: 15. mars 2014 Kvota 1: 1. juli 2014 Upptøkutal á lesandi: 20 Hvar er lærustovnurin: Náttúruvísindadeildin, Nóatún 3, Tórshavn

070 — Fjølnir2014

vitja okkum á: mfs.fo


LESNAÐUR Í FØROYUM

Hevur tú áhuga fyri spurningum um, hvussu lívið varð til, hvussu tað broytist, hvussu arvurin stýrir útsjónd og evnum hjá heimsins livandi verum og hvussu tær hava lagað seg til umhvørvið, so er bachelor í lívfrøði ein áhugaverd útbúgving fyri teg. Útbúgvingin gevur tær eina breiða vitan um lívfrøði. Útbúgvingin er skipað sum 3-ára bac­he­ l­or­­út­búgv­ing eftir altjóða leisti, men sum nakað ser­stakt tekur undirvísingin støði í føroysku nátt­úr­uni og teimum djór­um, plantum og fólk­um, sum liva í Føroyum. Eisini verður nomið við, hvussu djór, plant­ur og fólk hava lagað seg til tey serstøku við­ ur­ s­ kiftuni, sum eru í einum fjarskotnum oyggja­bólki mitt úti í Atlantshavi. Upptøkutreytir Treyt fyri upptøku er, at umsøkjari hevur mið­náms­prógv við:

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

• Alisfrøði á B stigi • Støddfrøði á B stigi • Evnafrøði á B stigi Miðaltalið í nevndu lærugreinum skal vera í minsta lagi 6 eftir 13-stiganum. Miðaltalið verð­ur roknað av skrivligum og munnligum próv­tals­úrs­lit­um ella av endaliga ársmetinum. Aðrar ­fortreytir við javnsettum kunn­ leika­støði kunnu góðtakast eftir nærri met­ing. Møguleikar fyri arbeiði eftir lokna útbúgving Útbúgvingin gevur tær grundarlag fyri fjøl­tátt­að­­um og spennandi ar­beiðs­økj­ um. Nøkur dømi eru: • Havrannsóknir: m.a. gera stovns­ met­­ingar av fiski, at kanna vøkstur og út­­breið­slu hjá fiski og hvussu hetta er knýtt at føði, fóður­sølt­­um, plantu- og djóra­­plank­ton, og veð­ur­­lags­­­­broyt­

ing­­ um. Umsiting t.d. Málsviðgerð í lands­­­um­­sit­ing­ini og umhvørviseftirlit. • Savns­ uppgávur: m.a. innsavning, grein­­ing og varðveitsla av plantum og djór­­um. • Alivinnan: aling av laksi og nýggj­ um fiska­­­sløg­um. Kanningar av strongd og trivn­­aði­ hjá alifiski. • Ymiskt: Landbúnaður, arv­a­gran­sk­ ing, bio­tøkni og framleiðsla av hei­li­ vági.­ Framhaldandi útbúgving Eftir at hava tikið hesa útbúgvingina hevur tú eisini møguleika at útbúgva teg víðari á øðrum universitetum kring heimin, tí hetta er ein altjóða út­búgv­ ing. Nærri kunning www.setur.fo ella við at venda tær til les­trar­­veg­­­leið­ingina: NVD-studvegl@ setur.fo

árgangur 02 — 071


LESNAÐUR Í FØROYUM » hvat kann eg lesa í føroyum

» LESTRARSTAÐ – FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA

Navn:: Turid Christophersen Lesur: Bachelor í søgu - Smátjóðir og

Lestrartíð: 4 ár - 240 ECTS Umsóknarfreist: Kvota 2: 15. mars 2014 Kvota 1: 1. juli 2014 Upptøkutal á lesandi: 22 næmingar

altjóðagerð Stað: Fróðskaparsetur Føroya Búsitandi í Tórshavn

Sjúkrarøktarfrøðiútbúgvin

á bachelorstigi Lestrartíð: 4 ár -240 ECTS Umsóknarfreist: Kvota 2: 15. mars 2014 Kvota 1: 1. juli 2014 Upptøkutal á lesandi: 22 næmingar Hvar er lærustovnurin: Sjúkra­ røktarfrøðideildin, Jónas Broncks gøta 25, Tórshavn

072 — Fjølnir2014

vitja okkum á: mfs.fo


LESNAÐUR Í FØROYUM

Bachelor of Science in nursing (BSc) Útbúgvingin til sjúkrarøktarfrøðing tek­ ur 4 ár, og gevur rætt til heitið bach­elor í sjúkrarøktarfrøði. Endamálið við útbúgvingini er at geva lesandi førleika til eftir lokna út­búgv­ing at kunna virka sjálvstøðugt sum sjúk­ra­røktarfrøðingur og vera við í fak­lig­um og tvørfakligum samarbeiði. Útbúgvingin fatar um ástøðiliga und­ir­vís­ing á Setrinum samanlagt í 2 ½ ár, og kliniska undirvísing samanlagt í 1 ½ ár, á ymiskum deildum á sjúk­ ra­ hús­ um, ellis- og røktarheimum, við­gerð­ar og fyribyrgingarstovnum, í heima­­ tænastuni kring landið og í venj­ing­ar­stovu á Setrinum. Útbúgvingin skal, í samsvari við ta

samfelagsligu, vísindaligu og tøkniligu menningina og tørvin á sjúkrarøkt, geva teimum lesandi før­leika í ástøðiligum og kliniskum sjúk­ra­røkt­ar­kunnskapi. Upptøkutreytir Til at verða upptikin á útbúgvingina í sjúk­ra­røkt­arfrøði á bachelorstigi krevst bókligt (t.e. Gymnasialt) mið­ náms­prógv við nóg góðum miðaltali. Tey, sum søkja inn at lesa sjúk­­ra­­ røkt­ar­frøði, skulu hava fyrstu­hjálp­ ar­prógv. Er prógvið eldri enn 3 ár í sept­emb­er 2014, skal skeiðið takast um aftur. Sjúk­ra­røk­tar­frøð­i­­s­kúlin skip­ar fyri skeiði í fyrstuhjálp, áðr­ enn skúlaárið byrjar. Lesandi rinda skeiðs­kostnað.

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

Møguleikar fyri arbeiði eftir lokna útbúgving Við útbúgvingini sum sjúk­ra­røkt­a­r­ frøð­ing­ur fært tú førleika til at røkta sjúk fólk í øllum aldrum og lívsstøðum. Tú fært eisini førleika at fyribyrgja sjúku og fremja heilsu. Framhaldandi útbúgving BSc lesturin gevur atgongd til master ella kandidatútbúgvingar innan bæði sjúk­ra­røkt­arfrøði og onnur øki. Nærri kunning www.setur.fo ella við at venda tær til lestrarvegleiðingina: johild.dulavík@skulin.fo

árgangur 02 — 073



hvat kann eg lesa í føroyum « LESNAÐUR Í FØROYUM

» LESTRARSTAÐ – FØROYAR

Navn:: Turid Christophersen Lesur: Bachelor í søgu - Smátjóðir og altjóðagerð Stað: Fróðskaparsetur Føroya Búsitandi í Tórshavn

“Tað snýr seg um framtíðar til­veru­grund­ ar­lag­ið hjá okkara landi, okkum sjálvum og okk­ara børnum. Uttan fólkavøkstur og fleiri borg­ ar­ ar í framtíðini minkar grundarlagið und­ ir okkara framleiðslu, kappingarføri, triv­n­aði og vælferð". Soleiðis sigur Marita Ra­ s­ muss­ en, stjóri í Vinnuhúsinum, sum sam­an við Kommunusamskipan føroya og eini røð av føroyskum fyritøkum hava tikið stig til “Vit velja Føroyar” átakið.

Ein risa avbjóðing Tað er ein sannroynd, at fólkatalið støðugt minkar, og annarhvør føroyingur, sum fer av landinum at lesa, verður verandi uttanlands. Avbjóðingin er stór, men vit vilja vera við til at venda gongdini. Endamálið við átakinum er, at venda skeivu gongdini og aftur geva føroyingum hug og orsøkir at búgva og virka í Føroyum.

Hví velja Føroyar? Í heitinum “Vit velja Føroyar” liggur bæði ein staðfesting og ein áheitan. Tað er ein staðfesting av, at tey sum hava valt at liva teirra lív í Føroyum, fingið arbeiði, hava

stovnað fyritøkur og skapt sær fortreytir, hava valt Føroyar. Men tað er samstundis eisini ein áheitan á okkara útisetar og lesandi, sum enn ikki hava valt, ella ivast í hvat tey skulu velja, um at síggja Føroyar sum ein sjálvsagdan møguleika.

Fyri allar Føroyingar Átakið skal venda sær til allar føroyingar. Herbúgvandi eins væl og útisetar. Børn, ung, lesandi í Føroyum. Lesandi og arbeiðandi uttanlands.

Miðvís skráseting og styrkt samband við útisetar Kjarnin í átakinum verður ein miðvís skráseting av útisetum, soleiðis at vit fyri tað fyrsta kenna teirra støðu, ynski og tørv og fyri tað næsta kunnu røkka teimum við beinleiðis og viðkomandi kunning, tiltøkum og tilboðum. Sostatt skal “Vit velja Føroyar” skapa sambandið og fremja dialog millum føroyska vinnulívið og kommunurnar og okkara útisetar. Eitt samband, sum stórur tørvur er á og sum okkara útisetar sakna.

LES MEIRA facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

árgangur 02 — 075


LESNAÐUR Í FØROYUM

Elsa Maria Magnusardóttir Olsen fødd í 1986, búsitandi í Hósvík Eg eri útbúgvin sum multi­media­snið­ gevi, og eftir summarfrítíðina fór eg undir eina nýggja útbúgvin í Før­oy­um. Talan er um bachelorút­búgv­ing­ina “Sosial­­vísind og Sam­felags­­plan­­ legging” á Setrinum.

Hvørjar vóru tínar av­bjóð­ ingar við at flyta heim? Mín størsta avbjóðing er, at eg búgvi, lesi og arbeiði í Føroyum, meðan sjeikurin enn býr og lesur í Danmark. Soleiðis fer tað óivað eisini at verða í eina tíð framyvir. Eisini er tað ringt at liva av studninginum í Føroyum, so tað er alneyðugt at hava eitt arbeiði við síðuna av, um ein skal kunna hava eitt sømuligt lív. Tí hevur tað verið avbjóðandi at finna eitt arbeiði, men eg havi leitað dúgliga, og tískil fekk eg eisini eitt.

076 — Fjølnir2014

Hví flutti tú upprunaliga úr Føroyum? Tað var bara nakað, mann gjørdi. Í roynd og veru var tað óivað, tí øll on­ nur eg kendi, vinir og javnaldrar, fóru av landinum.

Hvat saknaði tú úr Føroyum, meðan tú búði uttanlands? Eg saknaði familjuna, vinirnar, bygd­ ina og bygdarfólkið, sosiala lívið, frið­­in og náttúruna! Hetta at kunna vakna um morgunin og síggja fjøllini og fjørðin, heldur enn at síggja beint í ein betong bygning er nakað, sum eg virðis­meti. Á ein ella annan hátt steðgi eg upp, tá eg einans síggi bygningar og hoyri bil­ar rundan um meg. Alt verður eitt stórt res, stirvið og óinspirerandi. Fyri meg er náttúran og familjan ein fantastiska stórur íblástur og orku­ kelda.

Hvussu ert tú fallin til, eftir at tú ert flutt heim til Føroya? Eg má ærligt viðganga, at eg eri berg­ tik­in av mær sjálvari, eftir at eg flutti heim. Eg trúði ongantíð, at mær fór at dáma tað so væl, tí fyrr havi eg havt kens­luna av, at “nú vil eg sleppa avstað aftur”. Útbúgvingin, sum eg taki, fæst held­ur onga aðrastaðni, tí umframt at snúgva seg um altjóða viðurskifti, so snýr hon seg fyrst og fremst um føro­ ysk viðurskifti, sum er nakað, sum eg altíð havi havt serliga stóran áhuga fyri.

læra her. Eg elski at lesa og búgva her. Eg elski at liva og Eg elski Føroyar!

vitja okkum á: mfs.fo


vit velja føroyar « LESNAÐUR Í FØROYUM

Laura Kathrine Apol 23 ára gomul, búsitandi í Tórshavn Ein føroyingur úr Danmark Eg flutti til Føroyar fyri 10 mánaðum síð­­ani. Fyrr búði eg í Danmark, har eg las við universitetið í Aalborg og var sera aktiv í donskum politikki. Um summarið 2012 var eg og vitjaði fam­­ilj­­una hjá mær í Før­oyum, pápi mín var føroyingur, men doyði tá eg var 15 ár, og hetta summarið møtti eg einum før­oysk­um manni. Vit blivu rættiliga skjótt góð við hvønn ann­ an, og endin varð, at eg bleiv við barn. Hann las í Skotlandi, og eg búði og las í Danmark, so tað var ringt hjá okk­um at fáa tingini til at hanga saman. Men eftir nógvar samrøður við fólk í Skot­landi, Dan­mark og í Føroyum og ikki minst eftir sera nógv prát okkara mill­ um, tóku við avgerð um at flyta til Føroyar – saman.

Hví Føroyar? Ja, hví ikki! Síðst í desember tók eg so barsil frá út­ búgv­­ing­ini hjá mær og flutti til Føroyar. Tá eg kom til Føroyar, búði eg saman við foreldrunum hjá manni mínum. Síð­st í januar kom maðurin til Føroyar úr Skotlandi, og vit byrjaðu av álvara at byggja eitt lív saman. Maður mín var so hepp­in at fáa eitt gott arbeiði, hann kundi hava hálva tíð, meðan hann skrivaði enda­ligu uppgávuna hjá sær. Eg byrjaði at blanda meg upp í ungdómspolitikk,

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

vera meira saman við míni føroysku familju og fekk nøkur vinfólk. Vit gjørdu skjótt av. Í mars blivu vit gift, og vit fingu dóttur okkara Jónu Bjørg í mai mánaði. Sama mánað funnu vit eina góða og bíliga íbúð mitt í Tórs­ havn, og vit fluttu inn í juni mánaði. Vit ivaðust nógv í, hvussu vit skuldu fáa alt at hanga saman. Eg havi ikki enn fingið eina bachelor, og maður mín manglaði sín kandidat. Men tað var ikki gjørligt hjá manninum at lesa í Dan­mark, av tí at skipanin har er ov trek at góð­taka útbúgvingar við øðrum inni­ haldi enn júst teirra. Endin bleiv, at eg fann útav, at eg kundi lesa stjórnmálafrøði á Setrinum, og mað­urin mín prátaði av tilvild við ein, sum skuldi undirvísa í nýggju løgfrøði út­­búgv­­ingini á Fróðskaparsetrinum. Vit gjørdu av at søkja. Tíbetur fingu vit bæði játtandi svar. Vit komu inn, og tað ið betri var, eg fekk fleiri fak góðskrivað á Setri­num og havi tí ikki spilt tíðina, eg las í Dan­mark. Var tað ikki fyri hesum møgu­leika­num, hevði tað verið munandi verri hjá okkum at fingið alt til at hanga sam­an, og vit høvdu helst, so ella so, verið noydd at flutt aftur. Nú tosa fólk um, at tað skal gerast lættari at lesa fjarlestur í fram­ tíðini, og tí vóni eg, at eg ikki noyð­­ist at flyta nakrantíð fyri at fáa ein

kandi­­dat í stjórnmálafrøði ella sosialum arb­­eiði, sum er tað, eg brenni fyri.

At búgva í Føroyum gevur meining Eg blívi bara glaðari og glaðari fyri, at eg búgvi í Føroyum. Ein kann gera næst­­an alt, ein hevur hug til her. Tað er so øgiliga lætt at fáa stuðul og hjálp til verk­­ætla­­n­ir, fólk eru glað og halda, at tað er gott, at ein er aktivur og ger ting. Eg eri blivin sera politiskt aktiv í Føroyum, spæli tónleik og geri ymisk onnur kreativ ting, tí tað ber til. Í Føroyum er nógv ment­an, og nógv lív og møguleikar fyri ung fólk – eisini fyri fólk við børnum. Føroyar eru deiligar. Eg eri so heppin at hava fingið fleiri góð vinfólk. Bæði í fam­il­juni, fólk maður mín kennir, men eisini í sera stóran mun gjøgnum Fróð­ skap­ar­set­rið og við at vera politiskt aktiv. Tað er lætt at blíva til nakað og fáa eitt gott lív í Føroyum, um ein hevur hug til tað. Eg velji Føroyar, tí Føroyar geva mær møgu­leika og stuðul til at gera tað, sum eg havi allarmest hug til. Og so eru Føroy­ ar eitt deiligt samfelag, har tað er trygt og gott hjá mínum børnum at búgva.

árgangur 02 — 077


LESNAÐUR Í FØROYUM » vit velja føroyar

Bárður Mikkelsen og Birita Dahl fødd í 1982 og 1983, búsitandi í Tórshavn. Eiga 3 synir, Markus, Tóki og Fróði. Bárður Eg eri føddur í Føroyum, Vóru avbjóðingar men upp­ vaksin í Keypmannahavn. við at flyta heim? Eg flutti heim aftur til Føroya sum 15 ára gamal saman við mammu míni, fosturpápa mínum og trimum yngri beiggjum. Afturat teimum havi eg fýra hálvsystkin frá pápasa síðu. Pápi mín er búsitandi í Hvide Sande í Jútlandi. Eg eri stórur Manchester United fjepp­­­ari, og mær dámar í heila tikið væl fótbólt. Annars dámar mær væl at royna meg við myndatólinum hjá mær, at nørdast við grafiskum forritum og sjálv­andi at hugna mær við familju og vin­um. Eg eri útbúgvin miðlagrafikari frá Køben­havns Tekniske Skole, og eg var í læru hjá lýsingarfyritøkuni Subsero í Keyp­manna­havn. Síðan havi eg verið í starvi hjá Topdanmark Forsikring, og nú starvist eg sum grafiskur sniðgevi hjá Sendi­stovuni.

Birita Eg eri bachelor í molekylær

biomedisin og lesi í løtuni sjúk­ra­røkt­ ar­f­røði á Fróð­skapar­setrinum, með­an eg arbeiði sum av­loys­ari á Røkt­ar­heim­ inum á Mørkini í Streym­nesi. Eg eri uppvaksin á Oyri sam­an við for­eld­ru­ num og tveimum systkj­ um, og mær dám­ ar væl at ganga túr­ ar og hugna mær saman við familju og vinum.

078 — Fjølnir2014

Vit høvdu fleiri avbjóðingar við at flyta heim, serliga at avgreiða alt papp­ írs­ arbeiðið í Danmark og síðani at skráseta okkum til barnaansing og annað í Føroyum. Sjálvt tað at flyta alt góðsið var eisini sera roksut. Har­ um­ framt var tað eisini ein avbjóðing at byrja av nýggjum. Vit skuldu finna bú­stað, byrja í nýggjum starvi, og børnini skuldu í nýggjar skúlar og dagstovnar. Í alt gekk umleið eitt hálvt ár, áðrenn øll hesi viðurskifti vóru væl koyrandi. Ein onnur avbjóðing var, at kostn­ aðar­støðið er hægri í Føroyum. Mann er avbyrgdur frá umheiminum, um ikki mann vil gjalda eina fimmsiffraða upp­hædd fyri at sleppa til Evropeiska fast­land­ið. Fyrr kundu vit bara koyra ein biltúr ella keypa munandi bíligari flog­ferða­seðlar fyri at ferðast. Eisini var ringt at skula finna ein nýggjan bil og selja okkara bil í Danmark, tí avgjøldini av at skráseta bilin í Før­oy­um høvdu kostað einar 40.000 krónur. Eisini sakna vit sjálvandi familju og vin­ir, sum enn búgva í Danmark.

Hví fluttu tit úr Føroyum? Vit fluttu bæði til Danmarkar fyri at lesa. Miðlagrafikaraútbúgvingina

kann mann lutvíst taka í Føroyum, men útbúgvingin hjá Biritu mátti takast niðri. Vit vildu fegin uppliva okkurt nýtt, og Bárður saknaði Keyp­ manna­havn eftir at hava búð átta ár í Føroy­um. Tá vit fluttu til Danmarkar, var hetta fyrstu ferð, at vit búðu saman.

Hvat saknaðu tit mest úr Føroyum, meðan tit búðu uttanlands? Vit saknaðu familju og vinir, og trygg­ leik­an í tí føroyska samfelagnum. Sam­ bond­­ini eru tættari her, og tú møtir alla­­ stað­ ni fólki, tú kennir. Andin í Før­oy­um er róligur og avstressandi, og nátt­­úran er sera vøkur. Eisini saknaðu vit føroyska matin.

Hvussu ERU tit fallin til, eftir at tit eru flutt heim?

Vit eru fallin væl til. Dreingirnir stór­ trív­ast í skúla og barnaansing, og teir elska at hava sínar ommur og abbar í nær­um­hvørv­i­num. Barnaansing er eis­ini bíligari her, enn í Danmark, og her eru fleiri starvsfólk fyri hvørt barn, sum jú er sera jaligt. Vit bæði trívast væl á okkara ar­b­ eiðs­­pláss­um og útbúgvingarstaði, og vit hava eitt størri sosialt netverk her, enn vit høvdu niðri.

vitja okkum á: mfs.fo


Ert tú millum 18 og 28 ár, kanst tú gerast NordikSolo kundi og fáa eina rúgvu av ókeypis tænastum og serliga góðum rentum. Annaðhvørt tú ert í starvi ella lesandi kann NordikSolo gera gerandisdagin eitt sindur lættari, tá tú skalt standa á egnum beinum fíggjarliga. So kanst tú brúka tína orku til tað, ið hevur týdning fyri teg.

Vitja www.banknordik.fo/solo og gerst NordikSolo kundi.

www.banknordik.fo/solo


HORNIÐ

Hvat lesur tú? Master í løgfrøði. hvar lesur tú? ÁFróðskaparsetrinum. Navn og aldur: Jóhan Troest Davidsen, 25 ár. Hvat er tín ítróttargrein: Fótbóltur.

Hví júst fótbóltin? Sum lítil gekk eg til hondbólt, svimjing, fim­leik og fótbólt. Men komin upp í 12ára aldur valdi eg fótbóltin fram um hin­ ar ítróttargreinarnar. Høvuðsorsøkin var nokk tann, at eg hevði møguleika at sleppa á U14-landsliðið. Vónin um at verða part­ ur av hesum og seinni landsliðum hev­ ur verið drívmegin líka síðan. Valið á fót­bóltin fall annars natúrligt, skilt á tann hátt, at hugurin var størstur til júst hesa ítróttargrein. Fótbóltur hevur tískil ver­ ið,­og fer allarhelst framyvir at vera, ein natúr­lig­ ur partur av mínum lívi. Eg havi spælt fót­bólt, síðan eg var 7 ár, t.v.s. í 18 ár. At vera eitt ítróttarfólk Fyri at fáa sum mest burturúr eiga ítróttar­fólk sjálvsagt at liva sunt og vera í góðari krops­ligari venjing. Harafturat hevur ítrótt­ ur við sær sálarligar avbjóðingar. Fólk finn­ ast at tær, um tú ikki livir upp til tað, ið tey vænta av tær. Í slíkum føri ræður um at hava eina sunna javnvág við teg sjálvan og tey mál, tú hevur sett sær. Eg meti tó, at tann týdningarmesti parturin er at njóta venj­ ing­ ina og spenningin, eins og tann sosi­ali parturin av at vera við í einum hópi ikki má undirmetast. Sum universitetslesandi hevur tú sjáld­an nógv meira enn tríggjar undir­ vís­­ing­­ar­tímar um dagin, og vanliga eru tað ein ella fleiri frídagar um vikuna.

Høv­uðs­ábyrgdin liggur á næminginum sjálv­ um at gera sítt heimaarbeiði til tess at læra pensum og at fáa nøktandi próvtal. Tað er vanligt í Føroyum at hava fótbóltin aftur­at einum fulltíðarstarvi, og tí havi eg valt at skipa gerandisdagin soleiðis, at lestur­ in fyllir nøkurlunda líka nógv sum eitt full­tíð­ar­starv. fótbóltspælari og lesandi Talan er um sera ymisk evni, sum ikki ávirka hvørt annað í stórvegis mun. Tað er ikki kropsliga krevjandi at vera lesandi, og tí eru góðar umstøður at vera væl fyri til venj­ing­ar, og tú kanst nýta stóran part av deg­num til lesnaðin, uttan at hetta ávirkar fót­bóltin. Tað at vera í kropsligari venjing, gev­ur mær bæði orku og yvirskot til ger­andis­dag­in daglidagin, og hetta hevur eis­ini hjálpt mær við lesnaðinum. Tað er sostatt góður møguleiki at fáa nógv burt­ur­úr á báðum økjum. Tað er ongin loyna, at nógv tíð fer við bæði lestri og fótbólti. Tíverri hevur hetta við sær, at eg ikki havi so nógva tíð við familjuni dagliga, sum eg kundi ynskt mær. Fótbólturin gevur mær nógv Fót­bólt­ur­in ger tað lættari hjá mær at vera í góðari kropsligari venjing. At lut­taka í kappingum hevur eisini verið gev­ andi, bæði ítróttarliga og sosialt.


JÓHAN TROEST DAVIDSEN Har­ aftur­ at havi eg møguleika at síggja ymisk lond og uppliva aðr­ar mentanir, um­framt at tað er læru­ ríkt at taka ímóti stór­um av­bjóð­

ingum so sum at leika ímóti stór­um fót­bólts­tjóðum. Frá tankanum um at vera heppin. Hepp­­in at hava eina góða heilsu, at

kunna gera nakað, eg tími og at vera góð­ur til tað.


lestrarlív

082 — Fjølnir2014

vitja okkum á: mfs.fo


lestrarlív

LESTRARLÍV 84 Føroyar eru tað, eg sjálvur geri tær til 88 Ó Jólaborðhaldi 90 Ogga gogga gummi klokka 92 Keypmannahavn sum lestrarbýur 94 Føroyahúsið í Keypmannahavn 96 Mítt land 98 Kristnastova – ein varði á Amager 100 ÍF Føroyar fótbóltur 102 ÍF Føroyar hondbóltur 104 Útisetakappróður 106 Føroyingar samlast í Aarhuus 108 FF Klettar 109 Føroyingafelagið á Fyn facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

árgangur 02 — 083


lestrarlív » lestrarstað - tórshavn

» KEÐI MEG IKKI Í FØROYUM

Navn: Uni Holm Johannesen Lesur : Stjórnmálafrøði á Fróðskaparsetur Føroya Búsitandi í Tórshavn

Fyri meg eru Føroyar tað, eg sjálvur geri tær til Tað eru alskyns orsøkir til, at eg fór at lesa á Fróðskaparsetrinum. Eg havi altíð verið meira ella minni tilvitaður um, at eg fari at búgva í Føroyum í framtíðini. At brúka mína orku og royna at byggja okkurt upp í Danmark ella aðrastaðni gevur onga meining hjá mær. Eg vil ikki ávirka og broyta tað danska samfelagið. Í longdini sigur tað mær einki. Eg vil ávirka og broyta tað føroyska samfelagið.

084 — Fjølnir2014

HVÍ Føroyar? Sama, um eg standi uttan

fyri Hvonn, í roykirúminum í Rex ella við barr­diskin í Café Natúr, fái eg spurningin frá javnaldrandi útisetum. Eg fái ofta ta fat­an­ ina, at mínir tey halda, at eg eri farin ímóti rákinum, tí Fróðskaparsetur Føroya stend­ur á mínum lestrarkorti. Verjurøðuna um, hví tú lesur í Føroyum, lærir tú skjótt uttanat. Nei, Føroyar stinka ikki. Her trýtur ikki við avbjóðingum. Her er ikki so konservativt, sum tað letur til. Tað er gev­andi at lesa um sín egna stað og læra um sítt egna umhvørvi – og so víðari. Og tá er tað, at tey trýsta sitrónina: “Jamen, lesa tit so eisini Adorno og Horkheimer í Før­oy­ um?”, “Ja, vit lesa eisini Adorno og Hork­heimer í Føroyum.”, “Jamen, lesa tit so eisini Lud­wig Wittgenstein í Føroyum?”, “Ja, góði útis­eti, vit lesa eisini Ludwig Wittgenstein í Før­oyum.” Tað eru alskyns orsøkir til, at eg fór at lesa á Fróð­skap­ar­setrinum. Eg havi altíð verið meira ella minni tilvitaður um, at eg fari at búgva í Før­oy­um í framtíðini. At brúka mína orku og royna at byggja okkurt upp í Danmark ella

vitja okkum á: mfs.fo


lestrarstað - tórshavn « lestrarlív

aðra­ stað­ ni gevur onga meining hjá mær. Eg vil ikki ávirka og broyta tað danska samfelagið. Í longdini sigur tað mær einki. Eg vil ávirka og broyta tað føroyska sam­felag­ið. Av somu orsøk vil eg ikki lesa um land­búnað­ar­politikkin hjá ES og taka støði í grísunum í Danmark. Tað er munandi meira gevandi at lesa um sítt egna samfelag. Held­ ur enn at skriva uppgávur um dansk­an kommunalreform, danskan inn­ flyt­ ara­poli­tikk og tað danska bankakervið, lesi og skrivi eg um samfelagið, eg sjálv­ur búgvi í. Hesi bæði árini havi eg millum annað skrivað uppgávur um tað politiska projektið Framsókn, eg havi skrivað uppgávu um fýra av teim­ um, sum eru ættleidd til Føroya, eg havi kannað, hvørji átøk skulu gerast fyri at fáa ung at støðast í Føroyum, og eg havi gjørt eina støðulýsing av krimi­nali­tet­i­num í Føroyum teimum før­oys­ku dagbløðunum. Eg keði meg ikki í Føroyum Eg­eri so heppin at kunna arbeiða í fjøl­mið­lu­­ num, meðan eg eri lesandi. Eg spæli fót­bólt, eg eri til fyrilestrar, og eg eri til konsertir. Fyri meg eru Føroyar tað, eg sjálvur geri tær til. Eg billi mær inn, at tað, at eg trívist og havi ríkiligt at fáa tíðina at ganga við í Føroyum, ger eis­ini, at eg havi ikki tann útlonguslin, sum nógv práta um. Eg kann dyrka tað mesta av tí, mær dámar, her. Eg dugi væl at síggja fyrimunirnar við at búgva og virka í øðrum landi við øðrvísi mentan eitt tíðarskeið. Sjálv­andi skulu føroyingar eisini fara út í heim at lesa og læra. Gongur alt, sum tað skal, verði eg bachelor í stjórn­mála­frøði á sumri 2014. Tað er

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

ikki soleiðis, at lívið er spilt tá sum 24 ára gamal. Alt er kortini ikki ljósareytt. Og tað langt frá Vit hava var­

hug­ an av, at Fróðskaparsetrið sjálvt er sera illa skipað í mongum førum. Óneyð­ugar barnasjúkur eru við til at troytta fleiri av okkum næmingum. Tað tykist ofta sum, at vit ikki lesa undir skipaðum viðurskiftum. Eg tosi fyri flestu næmingar, tá eg sigi, at kunningin er oftast vánalig, og tað gong­ ur ofta striltið við at leggja til rættis. Trupulleikin er ikki nýggjur á Fróð­ skapar­ setrinum. Sum ein segði: “Man-­tað-bila-nakað” er tann føroyski tjóð­ sang­ urin, og tað er harmiligt, at mest sum øll syngja í kóri. Og eg ivist í, um orsøkin bara er manglandi pengar. Eg veit um føroyingar í Danmark, sum hava roynt at taka eitt semester her í Føroyum. Tað ber illa til. Tað er púrasta vónleyst hjá teim flestu næm­ing­unum at búgva fyri seg sjálvar. Tað er høpisleyst at leiga í Havn við ver­andi lestrarstuðli. Úrslitið er, at eg búgvi enn í kjallaranum hjá mammu og babba. Her er einki blómandi lestrarlív. Við allari virðing fyri teimum meira til­ komnu, eru vit ov fá í mínum árgangi, sum lesa á Fróðskaparsetrinum. Miss­ kiljið ikki, mær dámar væl saman­setingina av yngri og eldri, og tit kunna ætla, at eg havi lurtað við andakt, tá Annita á Fríðriksmørk, Jón­ heðin Tróndheim og Ole Wich hava tikið orðið í tímunum. Men javn­ vág­in er ikki nóg góð. Aldurssamansetingin, vant­andi hølisviðurskiftir og fá út­búgv­ingar­til­

boð gera, at Havnin sum lestrarbýur er ikki serliga innbjóðandi fyri tey flestu. Hóp­flýggj­anin úr Føroyum merkist nú av álvara hjá mær. Mín vinabólkur er spjadd­ur. Tey flestu vinfólkini floyma nú úr Føroyum. Tey eru í Danmark, Ong­ landi, Svøríki og Póllandi ella arbeiða tey í Norra. NæmingarniráFróðskaparsetrinum verða brúktir ov lítið. Stórur tørvur er á lestrarstørvum, so næmingarnir kunnu knýta útbúgvingina til arbeiði. Fólka­tings­maðurin Sjúrður Skaale brúk­ar mong av teimum føroysku les­ andi í sínum arbeiði. Alt skal kortini ikki seyra niður, næm­ingar skulu sanniliga eisini taka in­ ti­ a­ tiv sjálvir. Batar eru á økinum, men ynskiligt hevði verið við fleiri slík­um størvum. Fólk trívast jú har, tey eru virkin. Prátið á Gamla Apoteki um fólka­ frá­flyting snýr seg mest um útisetarnar, ikki um okkum í Føroyum. Eitt dømi er flogferðaprísirnir. Prísirnir skulu lækka, so útisetarnir sleppa heim til Før­oya at vitja. Tað er eisini í lagi. Men prís­ ir­ nir skulu eisini lækka, so vit í Før­oyum sleppa til Keypmannahavnar ella London eitt vikuskifti at vitja. Vit kenna okkum ofta gloymd í orða­ skifti­num, tí samfelagið skal gera alt fyri hini, ikki fyri okkum. Tað er eingin ivi um, at útbúgving er sterkasta amboð í stríðnum móti exit Føroyar. Tað eru eisini føroyingar í mínum aldri, sum fara av landinum ímóti sínum vilja, tí teirra útbúgving finst ikki í Føroyum. Ungdómurin er oftast tann árgangurin, sum tekur tað ókenda til sín og brýtur upp úr nýggj­um. Tað eru hesi fólkini, sum vit útflyta.

»

árgangur 02 — 085


lestrarlív » lestrarstað - tórshavn

Tað er eingin ivi um, at útbúgving er sterkasta amboð í stríðnum móti exit Føroyar. Tað eru eisini føroyingar í mínum aldri, sum fara av landinum ímóti sínum vilja, tí teirra útbúgving finst ikki í Føroyum »

Ein av okkara mætastu tón­leik­ar­um, Teitur Lassen, er fluttur heim, nú hann hevur gjørt vart við seg í Evropa, USA og Kanada. Nú hevur hann givið út nýggja fløgu, sum er inn­spæld í Føroyum. Hann segði við Sosi­ alin, at: “Eg havi kanska verið í so snobbutur. Eg hevði fingið eina mynd av, at tað ber ikki til at spæla tónl­eik og arbeiða í Føroyum. Eg havi gjørt hesa fløguna við føroyskum tón­leik­ar­ um, og úrslitið er tað sama, um ikki

086 — Fjølnir2014

betri.” Føroyingar í Føroyum eru ikki aftur­úr­sigldir. Heldur ikki, tá tú lesur á Fróðskaparsetrinum. Tað ræður um at fáa tann boðskapin út, tí nógvir før­ oy­ ing­ ar fara í onnur lond við tí í huganum, at lítið og einki ber til á oyggju­num. Føroyar eru eitt avbjóðandi stað fyri meg. Men eg veit, at tað krevur nógv, um tað skal vera galdandi fyri øll. Tað hava tey mongu prátini uttan fyri Hvonn, í roykirúminum í Rex og við

barr­diskin í Café Natúr væl og virðiliga stað­fest. Tað er mín allarstørsta vón, at tey, sum eru í somu støðu sum eg, sleppa undan at verja avgerðina at lesa í Føroyum.

vitja okkum á: mfs.fo


facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

årgangur 02 — 087


lestrarlív » frítíðarlív - tórshavn

» FØROYINGAR SAMLAST

Navn: Lív Egilsdóttir Olsen Lesur: Almenna fyristing á Professionshøj­skolen Metropol Bústaður: Keypmannahavn

Ó

jólaborðhaldi

T

að vóru heili 585 lesandi til jóla­borðhald Tey seinastu

3 árini hevur Ó veitt lestrarkort til lesandi, men ætlanin hevur alla tíði­ na verið at skipa fyri felags jólaborðhaldi. Vit hava tó ikki havt neyðuga orku ella kreftir til at fara undir eina slíka verkætlan, tí tað krev­ur nógv arbeiði og fyrireiking, men í fjør gjørdu vit eina roynd. Vit settu okkum í samband við næmingaráðið í Hoydølum, Handils­ skúlanum, Fróðskaparsetrinum, Tekni­ ska Skúlanum og Vinnuháskúlanum.

088 — Fjølnir2014

Vit settu okkum har­aftur­at í samband við næmingaráðini í Klaks­vík og á Kambdsdali, har vit greiddu frá enda­máli­num. Ætlanin var at savna lesandi í Føroyum. Næmingaráðini vóru tí­bet­ur við uppá tað. Sostatt fóru vit í holt við fyrireikingarnar. Eingi krøv vóru sett, men jólaborðhaldið skuldi vera so bíligt sum møgu­ ligt, tí tað var eitt ørgrynni av tiltøkum og jóla­­borð­haldum, sum tey skuldu til alíkavæl, har prísurin lá omanfyri 250 krónur. Sostatt

Jólaborðhaldið

vitja okkum á: mfs.fo


lestrarlív

tað er eitt afturvendandi tiltak, ið lesandi kunnu gleða seg til og identifisera seg við settu vit prísin til 50 krónur. Hetta skuldi so dekka út­reiðsl­ur­nar fyri mat, høli, sangheftir og undir­hald v.m. Fólk spurdu okkum, hvussu vit ætlaðu at fíggja jólaborðhaldið fyri so lítið, men tað var eisini váðafult, tí einasti máti at gera tað uppá, var, um vit fingu nøgdirnar upp. Ítøkiliga skuldu vit í minsta lagi selja 560 atgongumerkir. Um ikki, rindaði Ó fyri útreiðslurnar. Vit vóru rættiliga skeptisk, tí vit væntaðu ikki, at vit fóru at selja so

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

nógv at­gongu­merkir, men tíbetur fóru vit skeiv. Vit seldu 585 atgongumerkir. Tað var ein dundrandi suksé. Afturvendandi Jólaborðhaldið eyd­ naðist so mikið væl, at ætlanin er, at tað skal vera eitt afturvendandi tiltak, ið lesandi kunnu gleða seg til og identifisera seg við. Vit hava harafturat sett okkum í samband við næm­ing­­ a­ráðini aftur, tí vit ætla at skipa fyri stórari enda­veitslu, ið verður bygd á

sama grundarlag sum jólaborðhaldið. Vónandi verður undirtøkan eins góð í summ­ar, sum hon var fyri jól. Í stuttum var hetta skráin til jóla­borð­haldið:

- Fiskasuppa - Sangheftir - Undirhald - Føroyskur dansur

árgangur 02 — 089


lestrarlív » lestrarstað - noreg

» FISKAHEILSA Á UNIVERSITETINUM Í TROMSØ

Ogga gogga gummi klokka

Navn: Lisbeth L. Joensen Lesur: Integreraða master í fiskaheilsu á universitetinum í Tromsø Bústaður: Tromsø

N

akað soleiðis gekk eg fyri skjótt fimm árum síðani ígjøgnum tær ymisku lívfrøðiútbúgvingarnar í stu­die­­kata­log­inum hjá uni­versi­tet­­ i­num í Tromsø. Eg hevði júst funn­ið útav, at barna­­dreym­urin um at gerast poli­tist­ur ongan­­tíð fór at gerast veruleiki, og eg var tí í villa­reiði yvir, hvat eg so skuldi finna uppá.

TORFØRT AT VELJA Eg skuldi til Tromsø, tað

var vist, tí sjeikurin hevði leingi ætlað sær tann veg­in, og tá eg ikki visti, hvat eg skuldi, var ikki meir enn rími­ligt, at eg fór við. Tær flestu út­­­búgv­­­ing­­ar­­ar, eg las um, góvu mær kensluna av, at ”hattar hevði sikkurt verið fínasta slag”, og valið fall til endans heldur tilvildarliga á út­ búgv­ ingina sum fiskaheilsubiologur. Eina fimm ára integreraða master, sum skuldi geva mær innlit í ta biologisku síðuna av alivinnuni við serligum fokus á at fyribyrgja og basa fiska­sjúk­um. Ein útbúgving á sama støði sum djóra­lækni, tá umræður fisk, og tí eisini gevur rætt til at skriva út reseptir. Eg hugsaði, at eg altíð kundi taka eina útbúgving, meðan eg fann útav, hvat eg skuldi, tá eg bleiv stór, og ein útbugving innan alivinnuna skuldi nokk kunna brúkast til okkurt heima í Føroyum.

090 — Fjølnir2014

Tíðliga í august 2009 gekk leiðin tískil móti tí norðurnorska høvuðsstaðnum Tromsø, ið liggur á umleið 70° norður - og tí so langt norðuri, at sólin ikki kemur undan sjón­­ar­ringi­ num tveir mánaðir um árið. Eg var sloppin inn á eina av bara tveimum fiskaheilsuútbúgvinum í heiminum, ið tilsamans taka upp til 20 næm­ ing­ar inn árliga. Lívið á universitetinum byrj­ aði síðani við fyrilestrum, nýggjum máli og ikki minst einari rúgvu av nýggjum fólki. Sjálv út­ búgv­ ing­ in byrjaði við at leggja eitt breitt bio­log­iskt grundarlag uttan nakað ávíst fokus uppá fisk, fyri seinni at fara meir í dýpdina við fiska­bio­logi, fiskasjúkum og hvørjir faktorar, ið ávirka fiskaheilsuna. Eitt tað fyrsta, ein leggur merki til, tá ein kemur til Norra, er kostnaðarstøðið. Um tú heldur, at tað er dýrt at liva í Føroym, so kanst tú bara hugsa um aftur. Eitt breyð kostar upp móti 50 kr., og skalt tú á matstovu, verður rokningin skjótt fýrasifrað. Tað skal tó nevnast, at lønarlagið er hareftir, men tað nyttar lítið hjá okkum við donskum SU. Hettar sýnist tó ikki at hava havt nakra serliga ávirk­an á teir norðmenn, vit hava møtt, og flest øll hava havt beinini plantað væl niðri á jørðini. Sinna­lagið minnir ikki sørt um tað føroyska, og við tí

vitja okkum á: mfs.fo


lestrarstað - noreg « lestrarlív

stórslignu náttúruni beint uttan fyri køks­vind­eygað, føldu vit okkum skjótt heima. Tað tók heldur ikki langa tíð at falla til í studentbýnum Tromsø. Av teim­um 70.000 íbúgvunum í Tromsø eru umleið 12.000 studentar, og hetta setur ein sermerktan dám á býin, ið vegna tær nógvu caféirnar eisini verður nevnd­ur Nordens Paris. Mentanarlívið her er sera fjølbroytt, og hvørt ár verður skipað fyri størri og minni tiltøkum av al­skins slag. Eg havi milllum annað verið til reinsdjórakapprenning mitt eftir høvuðsgøtuni, sæð stórsjónleikin ”Les Miserables” framførdan á norð­ ur­­norsk­­um og verið til uttandura films­­fram­vís­ing á stórskermum bygdir úr kava. Av tí at oyggin ikki er størri enn ta dupulta av Nólsoynni, eru allir hentleikar samlaðir á sama stað. Flog­ vøllur, skúli, ítróttaranlegg osv er ikki meir enn 10 min í koyring frá mið­ býnum, og bussambandið er so­mik­­ið gott, at einum nýtist als ikki bil. Lyklastøðan hjá Tromsø í Arktis hevur eisini givið býnum ein

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

altjóðadám, og hvørt ár streyma in­ter­ natio­ nalir studentar til universitetið, ið eisini er heimsins norðasta. Uni­ versi­ tetið bjóðar útbúgvingar inn­ an arktiska geologi, biologi og regu­ler­ing av tí arktiska umráðnum og høvu­num rundanum. Hettar hevur ført við sær, at umleið 150 ymiskar tjóðir eru umboðaðar í býnum, sum er við til at skapa eitt sterkt altjóða gransk­ing­ar­ um­hvørvi. Náttúran Ein av orsøkunum til at studentar úr øllum heiminum hvørt ár koma til Tromsø, eru tær fantastisku nátt­úru­upp­liv­ing­ar­nar, ein fær her norðuri bæði um veturin og um summarið. Norð­lýsið er ein klassikari um veturin, og tá sólin byrjar at koma undan um hálv­ an januar, kann ein uppliva litir á himmalinum, ein ikki helt vóru til. Vetrar­ hálvuna gevur liggjandi kavi eisini møguleika fyri at standa á skí, og súkklustativini uttan fyri skúlan eru skift um við skíhaldararn (Tað finn­ ast tó tey, ið halda uppá at súkkla í skúla eisini

um veturin og tí hava lagt um til píkadekk). Summarhálvuna er stórt­ sæð ljóst døgnið runt, og onki er sum at sita við termokannuni á einum fjalla­ toppi og ongantíð síggja sólina seta. Eg eri í skrivandi løtu í holt við at seta punktum fyri mínari lestrartíð her í Tromsø og havi bara masteruppgávuna eftir. Hóast eg ikki visti, hvat teg byrjaði uppá fyri fimm árum síðani, dugi eg ikki í dag at síggja, at eg skuldi havt lisið nakað annað. Eg hevði ongar for­vænt­ning­ar til útbúgvingina, og tí hevur hon heldur ikki skuffað meg. Eg kann heldur ikki ímynda mær, at eg skuldi verið nakra aðrastaðni enn í Tromsø. Tromsø er blivin mín býur, og Norra mítt land hesi síðstu árini. Og hóast tann myrka vetrarhálvan kan tykjast tung at koma ígjøgnum, so eru summarløturnar so fantastiskar, at tær halda huganum uppi – tí hvar aðra­ stað­ni enn í Tromsø kann ein uppliva nakað sum sólarmyrking á miðjari nátt?

árgangur 02 — 091


lestrarlív » lestrarstað - danmark

» ÚTBÚGVING, FRÍTÍÐARÍTRÍV OG NÝGGJ VINFÓLK

KEYPMANNAHAVN

Navn: Heidi á Lakjuni

SUM LESTRARBÝUR

Aldur: 25 ár Lesur: Master in Economics and Business Administration á Roskilde Universitet Búðsitandi í Keypmannahavn

092 — Fjølnir2014

T

ann fyntligi og lættlyndi havnar­ mað­­ urin John Hansen er 25 ár, fødd­­ ur og uppvaksin í Tórshavn og lesur til dagliga á Copenhagen Business School í Keyp­ manna­ havn. Her greiðir hann frá lestrarlívinum í stórbýnum. Eftir lidna útbúgvin í Føroyum, ið fevndi um Hægri Handilsskúla og eina 2 ára skriv­ stov­u­útbúgvin á GreenGate Incoming, valdi eg at fara undir hægri lesnað uttanlands. Eins og hjá so nógvum øðrum, so fall valið á Dan­mark­og Keypmannahavn, ið allarhelst var lætt­asta loysn. Eg hevði staðið á bíðilista til Øre­sunds Kollegiet í næstan 2 ár, og fekk í juni mánaða 2011 tey gleðiboð, at eg hevði fingið eina íbúð, har eg kundi flyta inn um hálvan september sama ár. Eg hevði í mars mánaða sent umsókn inn á skúla, har eg var sloppin inn og skuldi byrja síðst í september, so alt passaði so væl. Danmark var eitt upplagt væl fyri meg. Pápi mín er dani, so eg havi familju her á Dana­landi, umframt at, at eitt ørgrynni av vinum og kenningum longu hevði fest sær ból í Keypmannahavn – og serliga á Oyra­ sundi. Hartil, so er CBS ein sera góður og kappingarførur skúli, ið hóskaði væl til mín tørv. Áðrenn eg tók endalig avgerð um at flyta til Danmarkar, so hugdi eg at les­trar­møgu­

leiku­ num aðrastaðni enn í Dan­ mark,­men satt at siga, so var ongantíð veruliga nakar ivi. Danmark skuldi tað vera. Tað er sera hugaligt at vera lesandi í Keyp­ mannahavn. Lestrarumhvørvið er sum heild sera gott, livikorini eru góð, og prísurin á ger­andis­vørum er mundandi lægri enn í Før­ oyum. Eisini er tað sera ómakaleyst at ferðast í Keypmannahavn, bæða í súklu og við tí al­menna, so tað er skjótt at koma frá staðið til stað. Í tí føroyska býlinginum á Amager, Øre­ sunds­­Kollegiet, er eisini sera gott at búgva. Á kollegiinum eru allir hentleikar, eitt nú venj­ing­­arhøli og lesirúm. Eisini er stutt er til næsta kaffimunnin, so tað er sjáldan – um nakrantíð – at ein kennir seg einsamallan. Tó kann hetta við­­hvørt vera til ampa fyri lesnaðin, men tað snýr seg væl í síðsta enda um rað­­festing. Men tað er ofta lættari sagt enn gjørt! Tó kundi eg væl hugsað mær einaferð at roynt, at búð aðrastaðni enn á Amager, fyri at vita hvussu tað hevði verið. Amager minnir jú ikki sørt um eina lítla føroyska bygd, so hóast ein er búsitandi í Danmark, so kennist tað ikki altíð veruliga so. Eisini eri eg ein partur av ÍF Føroyar fótbólti, ið er sera hugnaligt og sosialt, og

vitja okkum á: mfs.fo


lestrarlív

um eg sjálvur skal gita, so vænti eg, at eg aftur endi í Føroyum. sum ger, at ein heldur sær í gongd. ÍF Føroyar fótbóltur heldur til á Kløv­er­­ markini, ið bert liggur fá fótafet frá Øresunds kollegiinum. Ilt er at tosa um lestraðarlívið í Keyp­­mannahavn uttan at nevna Skarv og Føroyahúsið, ið eru týðandi partar av tí veitslusinnaða umhvørvinum í Keyp­­mannahavn. Fest og glade dage. Tá lesnaðartíðarskeiðið er runnið,­­ er enn ikki avgreitt hvørjir fram­ tí­ ar­­ plan­ irnir eru. Tað kemur altíð at valdast um, hvørjir arbeiðismøguleikar hópa seg upp, bæði her í Danmark, og so sjálvandi eisini í Føroyum. Men um eg sjálvur skal gita, so vænti eg, at eg aftur endi í Føroyum. At enda við, skal sigast, at ein er og fer altíð at vera eitt sindur heimkærur, og um møguleikin fyri somu út­ búgv­ ing var til taks í Føroyum, so eri eg ikki fullvísur í, at eg hevði flutt til Danmarkar. Tað er frálíkt her í Danmark – eingin ivi um tað – men einki er sum Føroyar og teir tryggu karmarnir á teimum vindbardu oyggj­ u­num har heima.

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

árgangur 02 — 093


lestrarlív » savningarmiðstøð til føroyingar

» SAVNANDI MIÐDEPIL Í HJARTANUM AV KEYPMANNAHAVN

Navn: Lív Egilsdóttir Olsen Lesur:

Føroyahúsið Í KEYPMANNAHAVN

Almenna fyristing á Professionshøj­ skolen Metropol Bústaður: Keypmannahavn

Info: Føroyahúsið Vesterbrogade 17 A 1620 København V Tlf. 33 23 15 87 www.fohus.dk Mail: postur@faroehouse.dk Facebook bólkur: https://www. facebook.com/ fohusid?fref=ts Facebook síða: www.facebook.com/ Foroyahusid?fref=ts

Fígging Føroyahúsið fær eina árliga stuðulsjáttan frá Føroya Landstýrið áljóðandi 1.641.000 kr. Har aftrat fíggjar húsið ein part við at skipa fyri tiltøkum og at leiga hølini út.

vitja okkum á: mfs.fo

094 — Fjølnir2014


savningarmiðstøð til føroyingar « lestrarlív

Bygnaður Ovasti myndugleiki er umboðsmannaráðið, ið er mannað við limum úr føroyskum feløgum í Keypmannahavn og tveimum umboðum, ið eru útnevndir av Føroya Landstýri. Umboðsmannaráðið velur starvsnevndina. Starvsnevndin, ið telur fimm limir, fylgir tí dagligu gongdini í húsinum, og bæði landstýrisumboðini sita í nevndini. Nevndin setur dagliga leiðaran, sum í samstarvi við feløgini stendur fyri tí dagliga virkseminum í húsinum.

T

á ein spákar sær oman eftir Vester­bro­gade í Keyp­­ manna­­havn og hygg­­­ur inn í garðin á Vest­er­­brogade nr. 17 A, so liggur eitt blátt hús inni í bak­garði­num, hetta er Føroyahúsið. Her hava føroyingar hildið frítíðar- og ment­anarvirksemi tey seinastu 20 árini. Áðrenn flutt varð inn í tað "Bláa Húsið", sum tad eisini verdur rópt, hildu føroyingar til beint hinumegin vegin, og áðrenn hetta fleiri aðrastaðir í býnum. Tað var tað føroyska kvinnufelagið í Keyp­mannahavn, sum ein heystardag í 1946 fekk hugskotið at stovna eitt føroyskt hús í býnum. Nógvir ungir føroyingar høvdu leitað sær til Dan­ mark­ar aftan á 2. heimsbardaga. Tað var øgiliga torført at finna eitt stað at búgva í býnum, og kvinnurnar í kvinnu­felagnum hildu, at føroyingar skuldu hava eitt heimligt pláss at leita sær inn til, meðan teir vóru í Dan­ mark. Kvinnufelagið gjørdi tískil eitt stórt arbeiði fyri at savna pening inn, soleiðis, at tær kundu keypa eitt hús til føroyingar í Danmark, og í 1969 hevði felagið savnað so mikið av pen­ ingi, at tað kundi keypa eitt hús í Store Kongensgade.

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

Bygningurin í­Store Kongensgade bleiv tó seldur aftur, tí peningur var ikki tøkur at seta bygn­ing­in í hóskandi stand fyri, og tey seinastu nógvu árini hevur Føroya­húsið hildið til í leigaðum hølum. Longu tá var endamálið við húsi­ num at savna føroyingar í Danmark, og soleiðis er tað enn. Í viðtøkunumi fyri sjálv­ ogn­ ar­ stovn­­i­­n, sum Føroyahúsið er, stend­ur mill­um annað at lesa, at húsið hevur til endamáls at reka eitt føroyskt ment­ ana­r­hús, ið eisini er eitt savn­ing­ar­stað fyri føroyingar, sum fyribils ella fast búgva í Danmark. Kór, skúli, konsertir og fyrilestrar Í Føroyahúsinum eru nógvir aktivitetir fyri føroyingar í øllum aldursbólkum. Húsa­kórið venur týsdagar, dansifelagið Fóta­ traðk dansar føroyskan dans í húsi­­num annan hvønn sunnudag, og fríggja­­dagar ganga børn í tí føroyska skúla­­num. Húsið skipar eisini fyri ymiskum til­ tøk­um, eitt nú konsertum, fyrilestrum, barna­til­tøkum, týsdagsdøgurðanum og Mentanarnáttini, veitslum v.m. Sum nakað nýtt skipar Føroyahúsið

fyri fríggjadagsbarr fyri lesandi, fyri­ bils er tað einaferð um mánaðin. Í frí­ggja­dagsbarrini er livandi tónleikur, pub­quiz og ikki minst SU-vinarligir prísir. Feløgini, ið sita í umboðsráðnum, skipa eisini fyri tiltøkum í húsinum. Í februar heldur MFS sína árligu ræst­kjøta­veitslu. Listafelagið hevur ferniseringar í húsinum, og fram­ sýn­ ingar prýða dagliga veggirnar í húsinum. Kvinnufelagið skipar fyri fundum og ger hvørt ár nógv burt­ur úr altjóða kvinnudegnum 8. mars. Kristnastova brúkar húsið til sang­løt­ ur og møtir, og feløgini halda eisini fund­ir og veitslur í húsinum. Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark heldur eisini til í Føroya­ húsi­num, og har ber millum annað til at fáa holla vegleiðing í sambandi við flyt­ing, føroyafrádrátt og skatt. Og so eru nógvir føroyingar í Danmark glaðir fyri, at tað ber til at keypa føroyskt øl, føroyskan døg­urða­ mat og enska sjokulátu heim við úr Føroya­­­húsinum.

árgangur 02 — 095


lestrarlív » tónleikur

» FØROYSKUR TÓNLEIKAFESTIVALUR Í DANMARK

MíttLand

Navn: Lív Egilsdóttir Olsen Lesur:

tann føroyski festivalurin í Danmark

Almenna fyristing á Professionshøj­ skolen Metropol Bústaður: Keypmannahavn

H

ar føroyingar í øllum Danmark í Danmark – og onnur – at njóta tað ríka kunnu møtast, gleðast og minn­ast­ tón­leika­lív, sum vit ráða yvir heima á okkara á alt tað góða, sum vit eiga heima klett­um. MíttLand er samstundis eitt sera í Føroyum. gott høvi hjá føroyskum fyritøkum at visa Hugskotið aftan fyri tað stóra tiltakið í Dan­ sínar vørur og tænastur fram og fáa eitt gott mark, sum fyri fyrstu ferð fór av bakka­stokki prát við allar teir útisetar, sum eru í Danmark í fjør, MíttLand, kemur frá tonkum og av eini ella aðrari orsøk. ynskj­um frá føroyingum, sum búgva í Dan­ Tann 28. september 2013 fór MíttLand mark. Tað hevur ongantíð verið eitt so stórt fyri fyrstu ferð av bakkastokki úti á Amager til­tak fyri okkum føroyingar í Danmark, har ein kann njóta føroyskan tónleik saman við Mítt­Land 2014 vin­fólki og øðrum. verður vikuskiftið Flestu føroyingar í 5. og 6. september 2014. Danmark elska at møtast til ein góðan bita og syngja SEt kross í álmanakkan... teir sang­ ir, sum fáa okkara tankar at venda heim til okk­ ara móðurland. Hesa kensluna kenna Strand í Keypmannahavn. Nógvir føroyingar vit øll, sum búgva ella hava búð í Danmark. høvdu leitað sær út á Femøren, har stórur Og tað er júst hendan kenslan, sum er málið pall­ur var settur upp til tónleikin, og vóru við hesum risa tiltakið: at føroyingar í øllum eisini ymisk telt sett upp kring økið, har Dan­mark kunnu møtast, gleðast og minnast vitjandi kundu keypa sær okkurt til matna á alt tað góða, sum vit eiga heima í Føroyum. og ymiskt annað, sum føroyskar fyritøkur Allur tann tónleikur, sum er framførdur høvdu at vísa fram. á MíttLand, er úr Føroyum. MíttLand er Av tí at MíttLand varð so væl móttikið, eitt tiltak, sum ynskir at savna føroyingar eru fyrireikingar til Mítt­Land 2014 longu

096 — Fjølnir2014

vitja okkum á: mfs.fo


farnar í gongd. Mítt­Land 2014 verður yvir 2 dagar, tann 5. og 6. september. Til MíttLand 2014 vænta vit fleiri vitjandi enn í 2013. Tað vóru umleið 2000 fólk til MíttLand í fjør, og tey komu úr øllum Danmark. Tað voru eisini fleiri, sum høvdu funnið sær

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

vegin heilt úr Føroyum niður til MíttLand. Í ár fara vit at uppliva alt frá før­ oy­s­k­­­­um gospel til heavy metal. Hetta vísir okkum, at vit ráða yvir einari stór­­ari og ríkari tónleikamentan heima í Føroyum.

Tað er lítið at ivast í, at føroyingar í Dan­mark hava nógv at gleða seg til, tá tann føroyski tónleika- og ment­unar­ festi­valurin aftur fer av bakkastokki í Keyp­­manna­havn.

árgangur 02 — 097


lestrarlív » samanhald á amager

» ÁTRÚNAÐUR

Navn: Lív Egilsdóttir Olsen Lesur: Almenna fyristing á Professionshøj­skolen Metropol Bústaður: Keypmannahavn

K

ristnastova er eitt heim fyri før­­­­oyingar, meðan teir eru heima­nífrá. Her møtast útisetar úr øllum Føroyum til andaligan og sosialan felagsskap. Hvørja viku koma millum 50 til 80 fólk til tey regluligu tiltøkini fríggjakvøld og sunnudag. Tey flestu eru ung og undir út­ búgv­ ing í Keypmannahavn ella her á

Info: Kristnastova Birmavej 36, 2300 København S tlf. 32551809 mail: kristnastova@ kristnastova.dk www.kristnastova.dk Dáma Kristnastovu á facebook

098 — Fjølnir2014

leið, meðan nøkur eru liðug at lesa og hava fingið arbeiði í býnum. Lestrar- og arbeiðslívið í einum pul­ser­ andi stórbýi er ofta sera strævið. Tí uppliva nógv­ir útisetar Kristnastovu sum eina oasu mitt í stórbýnum, har teir kunnu ”reload.” Her hittast vinir, og góðir møguleiki er eisi­ni fyri at læra aðrar útisetar at kenna. Eftir hvørt tiltak er drekkamunnur og

TILTØK - Hvørt fríggjakvøld kl. 20.00 er møti. - Hvønn sunnudag kl. 11.00 er møti, samstundis er sunnudagsskúli. - Aðruhvørja viku møtast fólk í húsbólkum. - Regliligu tiltøkini og onnur tiltøk verða lýst á heimasíðuni hjá Kristnastovu og á Facebook. - Í septembur er serligt tiltak fyri nýggjar útisetar. vitja okkum á: mfs.fo


samanhald á amager « lestrarlív

Kristnastova – ein varði á amager hugni. Nøkur fara niður undir at spæla borð­fótbólt ella lesa føroysku bløðini. Og tá veðrið er til tað, fara bæði børn og vaksin útum í havan at spæla ella bara at drekka kaffi og práta. Sangur og tónleikur er ein týðandi tátt­ ur í tiltøkunum í Kristnastovu. Dent­ur verður eisini lagdur á góða og við­ komandi undirvísing úr Bíbliuni.

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

Og øll kunnu vera við og gera sítt til, at útisetatíðin verður ein gevandi og kveikjandi tíð – bæði andaliga og sosialt. Tá spurningar ella serligir tørvir stinga seg upp, eru fólk vælkomin at venda sær til Kristnastovu fyri at fáa hjálp og vegleiðing. Okkara ynski er, at øll, sum koma í Krist­na­­stovu, kenna seg væl her.

Kristnastova er ein kristilig miðstøð fyri føroyskar útisetar - Vit halda til á Amager, tætt við Femøren metro­støðina - Málið er at verða eitt stað, har útisetar kunnu hoyra gleðiboðini um Jesus, og trúgvandi kunnu mennast andaliga - Hvørja viku vitja vit sjúklingar á sjúkra­hús­unum í býnum, og aðru­ hvørja viku er andakt á Sjúk­ linga­­hotell­i­num Tórshavn - Susan og Øssur Berghamar byrj­aðu arbeiðið í 1973. Í dag eru Dora og Niels Pauli Nón­stein fyri­støðu­fólk árgangur 02 — 099


lestrarlív » frítíðarlív

» SAMANHALD Á KLØVERMARKINI

Navn: Lív Egilsdóttir Olsen Lesur: Almenna fyristing á Professionshøj­skolen Metropol Bústaður: Keypmannahavn

ÍF Føroyar fótbóltur

B

ert eitt steinblak frá teimum kendu betongbygningunum á Amager, Oyrasundskollegiet, ligg­­ur høvuðs­sætið hjá fót­bólts­ felag­­num ÍF Føroyar, Kløver­mark­en. Hes­ in grøni fløtt­ur var upprunaliga nýttir sum flog­vøllur hjá tí danska herinum, og tað var eisini her, at tann fyrsti danski flogvøllurin varð bygd­­ur. Í dag eru onkur skrúvuflogfør onkun­­­tíð at síggja yvir Kløvermarken, men vøll­ir­nir verða næstan bara brúktir til at

100 — Fjølnir2014

spæla fótbólt á. Dagliga eru tað ellivu fót­ bólts­­lið, sum venja og spæla á teimum tjúgu vøllun­um, og eitt av teimum er tað før­oyska úti­seta­liðið ÍF Føroyar. Í skjótt 75 ár hevur ÍF Føroyar verið savningarstað fyri útisetar í Keyp­manna­ havn. Her møtast føroyingar úr øllum bý­um og bygdum í Føroyum til venjing og dyst. Vanliga verður vant tvær ferðir um vikuna, umframt at dystur er á skránni so

vitja okkum á: mfs.fo


frítíðarlív « lestrarlív

at siga hvørt vikuskifti. Venjingarnar byrja um hálvan januar, og vant verður, til kapp­ ing­ in endar síðst í oktober mánað. Felagið hevur í dag fýra 11-manslið; trý mans- og eitt kvinnulið. Har­um­ framt eru eisini eitt 7-manslið knýtt at felagnum. Lima­talið hjá felagnum veks­ur støðugt, og í dag eru tað um 90 lim­ir knýttir at felag­num. Kvinnuliðið spælir í Keyp­ manna­

hav­n­­ar­­seriuni, meðan mansliðini spæla í ávika­­víst seriu 1, seriu 2 og seriu 3. Jacoba Lang­­gaard hevur júst av­loyst Miriam Michel­­sen sum venj­ari hjá kvinnunum og skal taka sær av liðinum komandi hálvár. Hjá monnunum rekur Christian Høgni Jacobsen besta lið, meðan Sjúrður Petersen tekur sær av næstbesta liði, ímeðan Andras K Thomassen tekur sær av triða liði. Øll hesu lið eru við til, at ÍF Føroyar fevn­ir breitt bæði ítróttarliga og ikki minst sosi­ alt. Her møtast kvinnur og menn úr øll­um krókum av landinum, og øll hava tey ymisk­ar royndir og støði í fótbólti, sum ger, at øll kunnu vera við. Tí er ikki at halda seg aftur, men bara at møta til venjing hjá ÍF Føroy­um á Kløvermarken úti á Amager. Tær ásettu venjingartíðirnar hjá felagnum kunnu síggjast á heima­ síðuni, www.fotboltur.dk, um­framt aðrar upplýsingar um felagið.

Í skjótt 75 ár hevur ÍF Føroyar verið savn­­ ingarstað fyri úti­set­ ar í Keyp­­ manna­­havn.

ÍF Føroyar verður fíggjarliga stuð­lað

av føroysk­ um fyritøkum. Høvuðs­ stuðul er Elek­tron, meðan aðrir stuðlar eru Atlantic Petrole­um, Smyril-Line, Bakkafrost, Bank­ Nordik, Keel Solu­ tion, Trygd, Mítt Land og Skálkur.

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

árgangur 02 — 101


lestrarlív » lestrarlív í keypmannahavn

» FØROYSKUR HONDBÓLTUR Í KEYPMANNAHAVN

ongantíð hevur hópurin verið so stórur sum nú. felagið hevur 4 lið, tvey kvinnulið og tvey mannslið.

Navn: Lív Egilsdóttir Olsen Lesur: Almenna fyristing á Professionshøj­skolen Metropol Bústaður: Keypmannahavn

ÍF Føroyar Hondbóltur

Í

Sundbyhøllini á Amager, 7 min­utt­ir frá før­oysku betong­bygd­ini á Oyrasundi, held­ur føroyska hond­bóltsfelagið ÍF Før­ oy­ar Hond­bóltur til. Tað er ein breiður skari úr øllum landinum (ja, tey eru øll úr Føroy­um), sum tvær ferðir um vikuna tuska runt og venja í høllini. Ongantíð hevur hóp­ ur­in verið so stór­ur sum nú. Felagið hevur í løt­­uni fýra lið, tvey manslið og tvey kvinnulið

102 — Fjølnir2014

og hetta er tað mesta so leingi føroyskur hond­ bólt­ur hevur verið í Keypmannahavn. MENN Fyri nøkrum árum var eingin mans­

hond­­bóltur, men síðani menn­inir eru byrjaðir aftur, hevur gingið skjótt framá. Í skrivandi stund stríðist fyrsta mans­lið um uppflyting til donsku 3. deild, sum svarar til eitt støði, ið er áleið ájavnt við bestu føroysku deildina.

vitja okkum á: mfs.fo


frítíðarlív « lestrarlív

num gongur eisini Kvinnur Hjá kvinnu­ framá og stríðast á sama hátt sum menninir um at flyta longri upp. Fyri fyrstu ferð eru tað í ár tvey kvinnulið og tilgongdin av nýggjum leikarum hevur verið stór seinastu tíðina. Hitarúm og veitslur Felagið telur fyrst og fremst lesandi før­ oy­ ing­ ar, sum gjarna vilja spæla hond­bólt, meðan tey lesa. Hetta av­ mark­ ar, hvussu nógv mann kann krevja av leikarunum, sum hava sítt at stríðast við umframt hondbóltin. Tá tað er sagt, er ofta talan um góðar hond­bóltsleikarar, so støðið er á góðari leið, hóast venjingarmongdin ikki er so øgiliga stór. Umframt ítróttarliga felagsskapin er ÍF Føroyar eisini ein sosialur felagsskapur, har trivnaður verður raðfestur høgt . Tað hendir seg meir enn so, at hitarúmið verður tendrað eftir venjing og reypa verður um farin brøgd, umframt at skipað verður fyri árligum veitslum. Hug at spæla hondbólt? Øll eru væl­

kom­in at spæla við ÍF Føroyum, so um tú ætlar tær at flyta til Keypmannahavnar og fegin vil spæla hondbólt, so er bara at halda seg framat. Felagið hevur eina heimasíðsum eitur hondboltur.dk, har øll praktisk viður­ skifti verða løgd út.

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

árgangur 02 — 103


lestrarlív » frítíðarlív

» FØROYSKUR KAPPRÓÐUR Í DANMARK

útisetakappróður

Navn: Rúna Mikkelsen Bústaður: Keypmannahavn Lesur: BSc in Business Administration and Service Management á Copenhagen Business School Havi róð í Føroyum í 2011 og í DK sídan 2011 og til d.d.

104 — Fjølnir2014

K

enslan av at standa á ovastu rók eftir loknan róður á ólavsøku er ein heilt serlig kensla. At tann harða venjingin og rætti kosturin gjøgnum sjey mánaðir gevur úrslit, er nakað, sum flestu rógvarar ynskja sær. Kappróður hevur verið í Føroyum í umleið 100 ár, og hóast kappróður ikki er tann størsta ítróttargreinin í Føroyum, so kunnu vit kalla kapparóður okkara tjóðarítróttargrein. Róðrarfelaði Knørrur er eitt ungt róð­rar­ felag, sum er stovnað í 2002. Tað heldur til við Hvid­ovre Havn, sum liggur bert 20 minuttir á súkklu frá miðbýnum í Keypmannahavn. Í felag­num eru umleið 60 limir, sum eru 20-60 ára gamlir. Knørrur leigar tvey bátapláss frá danska róðrarfelagnum Suset, so limirnir í Knørri hava atgongd til felagshúsið hjá Suset, mat­stov­una og brúsur, sum hoyra til fe­lags­ húsið. Endamálið hjá róðrarfelagnum Knørri er at rógva kapp í okkara føroysku bátum í Danmark. Í 2013 vóru tað 8 manningar, sum róðu í felagnum, flestu av teimum eru føroyingar, tó eru onkrir danskarar við eisini, men teir flestu hava eitt tilknýti til Føroyar. Manningarnar eru deildar upp í gentur, dreingir, old girls, old boys, veteranar kvinnur, veteranar menn og nordisk. Teir tveir bátarnir,

sum felagið hevur nú, eru báðir 6-mannafør, sum eru keypt frá Havnar Róðrarfelag, annar keyptur í 2008 og hin í 2011. Bátarnir hjá Knørri eru ljósabláir við einari reyðari strípu. Í Danmark eru fimm róðrarfeløg, sum hava føroyskar rógvarar og føroyskar kapp­ róð­ rar­bátar. Afturat Róðrarfelagnum Knørri er Neyst­ið, sum heldur til í Ishøj, Tvørabáturin, sum heldur til við Nordhavn, FFV Sóljan, sum er úr Sorø, og tað nýggjasta felagið í Dan­ mark, Sleipnir, sum er úr Odense. Hvørt felag skipar fyri einari regattu um árið, har kappast verður millum manningarnar. Tann vinnandi mann­ing­in fær 4 stig í hvørjum róðri, og so fær numm­ar 2, 3 og 4 ávikavist 3, 2 og 1 stig í part. Tað eru tríggjar regattur fyri summarferiuna og tvær regattur eftir summarferiuna. Síðsta regatta á árinum er í Sorø, og har verður talt saman og vitað, hvør hevur vunnið sær heiðurin sum danmarkarmeistari í føroysk­ um kappróðri. Eisini verður kosið ársins vakrasta áralag bæði til síðstu regattu fyri summarferiuna og síðstu regatta eftir summ­ ar­feriuna. At rógva í Danmark er als ikki tað sama sum at rógva í Føroyum. Í Dan­mark er van­ligt at venja umleið tvær ferðir um vikuna, aftur­í­m­óti at venja 6-7 ferðir um vikuna tá ein rør í Føroyum. Nógv av okkum, sum rógva í Danmark, eru eisini

vitja okkum á: mfs.fo


frítíðarlív « lestrarlív

lesandi, og tískil avhongur venjingin eisini av lesnaðinum. At rógva gevur bæði góða heilsu og gott samanhald, hetta er nakað, sum vit flestu rógvarar í Dan­mark seta ógvuliga høgt, og vit leggja dent á, at øll verða samlaði og hugna sær eftir hvørja regattu. Tískil er vanligt, at hvørt felag til sína egnu regattu skipar fyri, at har verður seldur før­oys­k­ur matur, og at kvøldið endar við hugnaløtu og dansi. Eg rógvi við aðrari av gentu­mann­ ing­­u­num hjá Knørri. Í 2013 hava vit havt tvær gentu­manningar í felagnum. Eg fór at rógva í Danmark á sumri í 2011, tá eg flutti til Keypmannahavnar at lesa. Eg fekk samband við felagið ígjøg­­­num eina av gentunum umborð á Knørri. Tær fóru at mangla ein rógvara til eina regattu, júst tá eg kom niður, so eg fekk fast pláss umborð beinanveg. So um tað er nakar av tykkum, sum hevur áhuga í at rógva í Danmark, tá tit byrja at lesa, so eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við felagið á heimasíðuni www.knorrur.dk, ella gjøgn­ um facebook við at leita eft­ ir ‘Ro­klubb­en Knørrur’. Øll eru væl­ kom­­ in at royna seg sum rógvarar, eis­ini tit sum ikki hava roynt tað fyrr. Jú fleiri vit eru, og jú fleiri manningar, tess stuttligari er at vera við. Eg gleði meg til enn eitt kappingarár kom­andi ár, og vónandi síggja vit fleiri kapp­­rógvarar og kappróðraráhugað, sum koma við til regatturnar í 2014. Les meira um kappróðurin í Dan­

mark á hesum heimasíðum: www.knorrur.dk (Hvid­ovre), www.neystid.dk (Ishøj), www.ffav.dk (Sorø), www.sleipnir.dk (Odense).

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

Róðrarfelaði Knørrur er eitt ungt róð­rar­felag, ið varð stovnað í 2002. Tað heldur til við Hvid­ovre Havn, sum liggur bert 20 minuttir á súkklu frá miðbýnum í Keypmannahavn.


lestrarlív » frítíðarlív

» FØROYINGAR SAMLAST Í AARHUS

Navn: Lív Egilsdóttir Olsen Lesur: Almenna fyristing á Professionshøj­skolen Metropol Bústaður: Keypmannahavn

Fakta um Áarstovu - Felagið hevur eina nevnd við 5 nevndarlimum, ið eru valdir á tí árliga aðalfundinum, sum er í februar. - Núverandi nevndin arbeiðir fram ímóti at skaffa fast høli til felagið, soleiðis sum felagið fyrr hevur havt, og at vaksa um bæði virksemi og limatal. - Nevndin er mannað soleiðis: Tórur Didrik Djurhuus (formaður), Arne Winthereig (næstformaður), Johan Hentze (kassameistari), Rólant Dam (skrivari) og Atli Jacobsen (nevndar­limur).

106 — Fjølnir2014

Føroyingar samlast í Aarhus Fert tú til Aarhus at lesa ella ar­beiða, so er vert at kenna Áar­stovu, ið er felagið fyri føroyingar í Aarhus. Áarstova varð longu stovn­að í 1963 og hevur sostatt verið karmur um sosialt og mentanarligt virksemi í Aarhus í 50 ár. vitja okkum á: mfs.fo


» frítíðarlív lestrarlív

F

ert tú til Aarhus at lesa ella ar­­ beiða, so er vert at kenna Áar­­stovu, ið er felagið fyri før­ oy­ing­ar í Aarhus. Áarstova varð longu stovn­­að í 1963 og hevur sostatt verið karm­ ur um sosialt og mentanarligt virk­semi í Aarhus í 50 ár. Talan er um ein almennan felags­ skap, ið fyrst og fremst roynir at skapa samband og sam­an­­hald millum før­oy­ ing­ar í og rundan um Aarhus - og at varð­veita eitt gott samband til Før­oyar og føroyska mentan. Felagið vendir sær bæði til ung og gomul - øll eru væl­komin – men er kanska serstakliga kær­komið hjá ung­um føroyskum úti­ set­um, tí tað gevur lesandi kjans­in at hitta onnur í somu støðu. Í nógv ár var felagið at finna í Vester­ gade í Aar­ hus miðbýi. Hesi seinnu árini hevur felagið tó ikki havt føst høli. Øll tiltøk og alt virksemi í felagnum gongur tískil fyri seg á ymiskum adress­ um í býnum: á strond­ini, í botanisk have, á barrum, koll­egi­um og høllum. Hóast hósk­andi høli eru ikki funnin enn, er felagið kort­­ini virkið og skipar fyri nógvum ym­isk­um til­tøk­um og ítrivum.

Á hvørjum ári verður skipað fyri aðalfundi, páskar­haldi, flagg­dags­ haldi, pisuveitslu, græ­karis­messu­­ haldi, kapping í innandura fó­t­bólti, fam­ilju­degi, ræstkjøtsveitslu, jóla­ guðs­tænastu, – um­framt ymisk fyri­lest­rar­kvøld, kjakkvøld og barrkvøld.

EITT VIRKIÐ FELAG Á hvørjum ári

verð­ ur skipað fyri aðalfundi, páskar­ haldi, flagg­dags­haldi, pisuveitslu, græ­­­ karis­­messu­­haldi, kapping í inn­­an­dura fó­t­bólti, fam­ilju­degi, ræst­­kjøtsveitslu, jóla­guðs­tænastu, – ­um­framt ymisk fyri­lest­rar­kvøld, kjak­kvøld og barr­ kvøld. Har­aftur­at eru fleiri bólkar knýtt­ir at felagnum, sum tað ber til at sleppa uppí, um man hevur hug. Millum

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

annað er sunnu­dags­­skúli, barnaskúli, kórið Áarljóð, ein bólkur, ið dansar føroyskan dans, fót­bólts­felag­ið FF Klettar fyri bæði menn og kvinnur, eisini er inn­an­dura fótbóltur. Tekna teg sum lim Tað er bíligt og ómaksleyst at tekna seg sum lim í

felagnum. Tað kostar 100 krónur um árið og kann gerast á netinum ella til okkurt tiltak hjá felagnum. Til ber at lesa meira um limaskap, tiltøk og ítrív á heimasíðuni www. aarstova.dk og á face­book­síðu felag­ sins: “Føroyingafelagið í Aarhus”.

árgangur 02 — 107


lestrarlív » frítíðarlív - Aarhus

» FØROYINGAR SAMLAST

Skrivað: Lív Egilsdóttir Olsen Lesur: Almenna fyristing á Professionshøj­skolen Metropol Bústaður: Keypmannahavn

Liggur tú inni við hvítum, reyðum, svørtum, gul­um ella enntá grønum hosum, ert tú altíð vælkomin vit hava bláar at læna tær, tá dystur er.

Fakta: FF Klettar bleiv sett á stovn 23. februar 2013. Nevndin: Per Dávids­son Jacobsen (for­maður), Sam Jacobsen (kassa­meistari), Niclas Eystur­oy (Skrivari) og Arnfinnur Nesá og Rúnar í Lon Jacobsen, báðir nevndarlimir. Lið: Felagið hevur trý lið. Tvey mans- og eitt kvinnulið. Venjarar: Áki Leitisstein Hansen (11 mans menn), Atli Jacobsen ( 7 mans, menn) og Kristin Jacobsen (7 mans, kvinnur). Limir: Uml. 60 aktivir limir. Samband: ffklettar@ gmail.com, https:// www.facebook.com/ ffklettar

108 — Fjølnir2014

FF Klettar

ein týdningarmikil felagsskapur fyri føroyingar í Aarhus

S

osiala samanhaldið ímillum før­oy­ ing­­ar í Aarhus fekk ein veruligan hvøkk, tá før­o­y­­inga­­­felagið, fyri góð­um ári síðan, stóð uttan høli. Ný­ stovnaða fótbóltsfelagið í Aarhus, FF Klett­ar, hevur tó víst seg at verða ein sera týdn­­­ing­­ar­mikil liður í felagsskapsandanum ímill­­­um føroyingar í Aarhus. Til árligu ræstkjøtaveitsluna hjá Før­ oy­ inga­­felag­num í Aarhus, í fjør, gingu nakrir ídn­ir ungir manns og samlaðu undirskriftir. Hetta var fyri at lodda dýpið og vita um áhugi var, fyri at seta á stovn eitt nýtt fótbóltsfelag í Aarhus. Undirskriftirnar og undirtøkan var ikki at taka feil av - hetta var avgjørt nakað,

ið hevði áhuga. Fáar dagar seinni var føroyskt fót­bólts­felag nýstovnað í DBU. FF KLETTAR 1 ár

Síðst í februar mánaði kundi felagið longu há­tíð­ar­halda fyrsta ársdagin. - Sjálvsagt hevur verið okkurt at seta fingurin á, hetta fyrsta árið. Eitt nú hava vit til fleiri dystir, fingið átalu frá dómaranum, tí vit ikki hava verið í sama leikarabúna, sigur kassa­meistarin Sam Jacobsen, við einum smíli. Nú hevur felagið tó útgjørt seg væl og virðiliga til næsta kappingarár. Bæði kvinnur og menn hava fingið leikarabúna. Hvítar blusur, blá shorts og bláar sokkar.

vitja okkum á: mfs.fo


» frítíðarlív - fyn lestrarlív

Felag­ið er júst flutt inn í tað nýggja og snotiliga Norður­ at­lants­húsið á bryggj­­uni í Odense, har íslendingar og grøn­lendingar eisini húsast

Føroyingafelagið á Fyn Før­ oyingafelagið á Fyn hevur verið virk­ ið síðani einaferð í 70’unum. Felag­­ið er júst flutt inn í tað nýggja og snotiliga Norðuratlantshúsið á bryggj­­uni í Odense, har íslendingar og grøn­­lend­ingar eisini húsast. Norðuratlantshúsið í Odense er ein savn­­ing­arstaður fyri Føroyar, Ísland og Grøn­land. Í húsinum eru lestraríbúðir, ser­ liga roknaðar lesandi frá teimum trim­­ um londunum, umframt at ein hand­ il við prýðislutum og matstova eisi­ni eru í húsinum. Endamál felagsins er at samla før­ oy­ing­­ar og føroyavinir á Fyn. Tað er ein savningardepil á Fyn, ið umboðar

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

og lýsir føroyska mentan. Á tann hátt er Føroyingarfelagið eitt gott stað hjá lesandi at hittast við øðrum før­oy­ing­ um. Føroyingafelagið á Fyn hevur áður virkað undir trongum korum, og tað sæst aftur á farnum tiltøkum og lima­ tali­num. Men nú eru betri tíðir fyri framm­­an. Felagið hevur fyri kortum fingið nýggja heimasíðu og samleika, ið Menning.fo hevur staðið fyri. Før­­­oy­ inga­­felagið á Fyn hevur júst endur­ stovnað dansifelagið Mið­garðs­orm­in. Har afturat eru fleiri tiltøk longu kom­in á skránna, m.a. sláa tunnu, rulla

páska­r­­egg og flagg­dags­hald, umframt at tey aftur­ vendandi til­ tøk­ ini, sum mán­­­aðar­­­­lig hugnakvøld, jóla­hald og tvær árligar veitslur. Onnur føroysk frítíðarítriv eru í mill­­ um annað fótbóltur, ið verður spæld­ur til stuttleikar, og kappróður, sum róðrarfelagið Sleipnir stendur fyri. Føroyingafelagið á Fyn er at finna á www.fyn.fo, umframt á face­ book https://www.facebook.com/for­o y­ inga­­ felagidafyn. Fatur fæst eisini á felag­­num á teldupost felagid@fyn.fo.

árgangur 02 — 109


HORNIÐ

Lesur

Stjórnmálafrøði á Fróðskaparsetrinum Bústaður

Tórshavn Politikari

Varð valdur í løgtingið fyri fólkaflokkin í 2011. Í løgtinginum umboði eg áhuga­mál­ini hjá fólkaflokkinum í trivnaðar- og vinnu­ nevnd­ini, ið fevnir um alt frá almanna- og heilsumálum til ali- og fiski­vinnu­lóg­gávu. Harumframt havi eg mína egnu lítlu fyritøku, Sp/f Ó, ið hevur til enda­máls at bøta um lestrarumhvørvið í Før­oyum. Sp/f Ó varð sett á stovn í apríl 2011, og eg varð valdur í løgtingið 29. oktober 2011. Spennandi og avbjóðandi starv sum løgtingsmaður

Vit eru við til at mynda samfelagið í dag, men eisini fleiri ár fram í tíðina. Okkara støðu­takan, okkara avgerðir mugu takast við umhugsni, tí tað er ikki soleiðis, at vit kunnu trýsta á tann grøna ella reyða knøtt­ in, sum um vit trýsta á knappaborðið, tá vit spæla telduspøl, tí okkara avgerðir hava av­ leið­ ing­ ar fyri samfelagið. Fyri fólkið. Borg­ar­an. Og tað er júst tað, ið ger tað so spenn­andi, tí tað føroyska samfelagið hevur nógv­ar avbjóðingar. Tað krevur nógva sjálvdisiplin, tí hvørki bøkurnar, uppgávurnar ella lóg­ ar­ upp­ skot­ini verða skrivaðar ella lisnar av sær sjálv­um. Sostatt má dagurin leggjast í fasta legu. Tá tað er sagt, eri eg so mikið heppin, at starvið og útbúgvingin passa sum fótur í hosu. Stjórnmálafrøði snýr seg um politikk og politiskt ástøði, so eg samantvinni við­ hvørt uppgávurnar og lógaruppskotini, so eg fái tvær flugur við einum bresti. Ein góð barlast fyri útbúgvingina

Á Setrinum fái eg møguleikan at lesa um po­ lit­isk ástøði, meðan eg sum løgtingsmaður fái møguleikan at síggja, hvussu ástøðini virka í praksis. Og tað er ikki altíð, at tær fylgj­ast hond í hond. Tá tað er sagt, er tað

frá akademiskum eygum áhugavert at vera við til ta politisku støðutakanina, tí starvið sum løgtingsmaður er fyri lænta tíð. Fjórða hvørt ár verða vit skiftir út, og vit hava onga trygd (tíbetur) fyri, at vit verða valdir aftur. So­statt eri eg takksamur fyri, at eg fekk møgu­leik­an at fáa innlit í, hvussu føroyskur poli­tikk­ur virkar í praksis. Tað er ein góð barl­ast fyri útbúgvingina. Hví politik

Eg havi leingi verið hugfangaður av politikki. Eg skrivaði tað fyrsta les­ara­bræv­ ið staddur í Boston í desember 2007, tá hin vánaliga PISA-kanningin varð av­ dúk­ að. Eg var sum ikki einaferð ósamdur við niðurstøðunum, ið fjølmiðlarnir og poli­tik­ ar­ar­nir komu við, men tað nyttar ikki at sita hend­ur í favn. Um man ynskir broytingar, verð­ur man noyddur at gera nakað sjálvur. Tí fór eg upp í politikk. Drívmegi

Omma og Abbi, tey eru mín fyrmynd, mín moti­vitatión og drívmegi. Tey offraðu sín ungdóm og sítt lív fyri viðurskiftunum hjá teimum menningartarnaðu og vóru eisini við at seta felagsskapin “Javna” á stovn. Starvið sum løgtingsmaður hevur givið mær eina rúgvu av royndum, ið eg annars ikki hevði fingið. Í nevndunum hitta vit ørgrynnu av áhuga- og sjálvhjálparbólkum, ið gera eitt megnararbeiði kring landið. Tey fáa ikki tað rós, tey hava uppiborið, men stilli­sliga halda tey samfelagnum koyrandi. Sum politikari og fyrrverandi næmingur á “the International School of The Hag­ue” var eg boðin at umboða skúlan til víða­ kenda fyrilesturin TEDx, ið var hildin á skúla­num. Umframt royndirnar í føroyskum poli­ tikki havi eg umboðað Føroyar á árliga STaðal­fundi­num í New York og Washington. Sam­an við danskari sendinevnd var eg á fundi við táverandi uttanríkisráðharranum Villy Svøvndal, ið greiddi frá donsku áhuga­málunum í Sýria v.m. Vit vóru har­ afturat á fundi í Pentagon, World Bank,


HANUS SAMRÓ og so sat eg á áhoyraraplássunum í høvuð­sborgini hjá ST, tá amerikanski for­s­etin, Barrack Obama, helt árligu ST-røðuna. Tað stuttliga við donsku sendi­nevnd­ini var, at navnframir poli­t­ ik­ar­ar sum Frank Aaen (Enhedslisten) og Holger K. Nielsen (SF) vóru við. Hetta var um ta tíðina, tá SF gjørdi mini­ stara­ rokadu. Holger K. Nielsen visti nógv um Føroyar, men eg visti ikki, hvør hann var. Eg var ikki meir enn komin heim, tá varð Holger K. Niel­sen kosin skattaministari! Eg havi somuleiðis umboðað fólka­ flokk­ in á fundum hjá “Alliance for European Conservatives and Re­for­mists,” ið er ein konservativur, ný­skip­anar­sinn­aður og borgarligur felags­skapur, ið er skeptiskur mótvegis ES. Her havi eg møtt navnframum

polit­ik­ar­um sum Daniel Hannan og Alberto Martino. Daniel Hannan um­ boð­ar “the Conservatives” í ES-par­la­ menti­ num, meðan Alberto Martino er fyrrverandi “defence minister” í Italia og fyrrverandi formaðurin í Mont Pelerin Society, ið er ein al­ tjóða felagsskapur fyri klassiskar lib­era­lar, sum búskaparfrøðingurin og nobelvirðislønarvinnarin Friedrich Hay­ek setti á stovn í 1947. Sostatt gevur starvið mær eina rúgvu av royndum, ið er gott grundarlag undir út­búgv­ing­ini og nú er tað soleiðis, at eg hvørki havi damu ella børn, í so máta ávirkar tað ongan annan enn meg sjálvan. Men politikkur er ikki bara dansur á rósum, tí hann rakar alla familj­una. Eg kann viðhvørt vera heitur og hvass­ orðaður, og tað kemur fyri,

at eg verði endurgivin á teim ymisku portal­unum, har ein og hvør Facebookbrúk­ari hevur møguleikan at siga sína hjart­ans meining. Tað er partur av at vera politikari, men tað kemur tíverri fyri, at viðmerkingarnar fara eftir familj­uni ella persóninum, heldur enn politi­k ki­num. Tað er skuggasíðan. Tað skal eisini sigast, at eg havi gjørt av ikki at hava internet heima, tí tað fer av­stað við ov nógvari tíð. Um eg skal ganga í skúla, skriva skaldsøgur og vera politik­ari samstundis, verði eg noyddur at hava eitt stað, har eg kann savna tank­ar­nar. Eitt stað, har eg kann vera eg. Hinvegin, um ein ikki tolir trýstið og nógva kritikkin, hevur man einki at gera í politikki.


um MFS

112 — Fjølnir2014

vitja okkum á: mfs.fo


LESTUR OG ARBEIÐI 114 116 118 120 122 124 126 128 130

Journalist á netinum Lestrarstarv ella ei Win Win Spennandi og læriríkt tíðarskeið Hjálpti til at velja víðari lestur Starvsvenjing í India Sildarok í Brússel Á Sendistovu Føroya í Reykjavík FØROYAR í ES høvuðsborgini


LESTUR OG ARBEIÐI » alnótin sum lestrastað

» LESTRARSTAÐ – Á NETINUM

Í 2009 bleiv journalistisk útbúgving boðin út á netinum, eisini í Føroyum. Tólv fólk valdu at taka av møguleikanum, og nøkur teirra eru nú liðug við útbúgvingina. Ein teirra var undirritaði, Leivur Frederiksen, Skrivað:

sum arbeiðir í Kringvarpinum.

Leivur Frederiksen Arbeiðir í Kringvarpinum Úbúgving: Lærari og journalistisk Búðsitandi í Tórshavn

Journalist á netinum

T

á Kringvarpið fekk í lag avtalu við journa­list­há­skúlan í Århus, ivaðist eg ikki í at taka av møgu­leikanum. Sum so gekk tað mær væl í mínum starvi sum tíðindafólk, men eg kendi ofta á mær, at tann teoretiska barlastin kundi verið sterkari. Fyri at siga tað einfalt, so var tað mangan hepni, sum avgjørdi, um ein søga bleiv góð. Í dag havi eg førleikan at analysera prosessina og hyggja aftur á, hvat gekk væl, og hvat gekk minni væl. Tað hevur stóran týdning Í fleiri førum var tað ein fyri­munur, at eg arbeiddi við journal­i­stikki, meðan eg var undir útbúgving.

114 — Fjølnir2014

Eg bleiv rættuliga hugtikin av inter­v iew­tek­ nikki og valdi at fokusera nógv upp á tað í mínum uppgávum. Tá mann hevur latið eina uppgávu inn, fær mann kritikk frá lær­ ara­num, og tá er tað ein frálíkur møguleiki, at tað longu dagin eftir ber til at brúka tann kri­tikk­in til eina samrøðu, sum skal gerast í sam­bandi við arbeiðið. Eg má tó viðganga, at tað vóru tíðir, har jour­na­list­ikkurin fylti dekan ov nógv. Til tíðir kendist tað, sum at frítíðin og arbeiðið var tað sama. Í mínum arbeiði leiti eg hvønn dag eftir nýggjum søgum og vinklum, um­ framt at gera samrøður við fólk. Tá eg so

vitja okkum á: mfs.fo


alnótin sum lestrastað «

LESNAÐUR Í FØROYUM

Fakta eisini skuldi gera tað í mínari frítíð, kendist tað stundum, sum at tað fylti dekan ov nógv. Undirvísingin var øll á netinum, tað var ongantíð neyðugt hjá mær at fara av landi­num. Lærarin og hini í flokkinum sita heima hjá sær sjálvum við web-cam og mikrofon. Men fjarstøðan gjørdi ikki, at undirvísingin var verri enn hin meira siðbundna, har øll sita í sama høli. Eg eri eisini útbúgvin lærari, og eg má viðganga, at eg var eitt sindur í iva, um hetta fór at rigga líka væl, tá eg byrjaði, men tað var skjótt, at eg var sannførdur um, at netið hóskar væl til undirvísing til vaksin. Tað er einki órógv, tá tú situr einsamallur í stovuni hjá tær sjálvum og fær undirvísing gjøgnum skerm­in. Lær­ar­arnir dugdu eisini væl at brúka miði­lin, so har havi eg einki at seta fing­ur­in á. Eg eri ikki í iva um, at útbúgvingin hevur ment meg nógv sum journalist, og eg vil tí við­mæla útbúgvingina til tey, ið hava hug at fara tann vegin.

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

Útbúgvingin er ein diplom­út­búgv­ing. Tað merkir, at ein sjálvur ella arbeiðsplássið skal gjalda. Øll útbúgvingin er 60 ECTS stig. Upptøkukravið er onnur út­búgv­ing ella minst tvey ára arbeiðsroynd­ir (líkamikið hvørjar) Les um útbúgvingina og upp­tøku­­møgu­leikar á Heimasíðuni hjá Dan­­marks medie- og journa­list­­høj­ skole http://www.dmjx.dk árgangur 02 — 115


LESTUR OG ARBEIÐI » týdningarmikið at hava lestrarstarv

» LESTRARSTARV – HEILT SIKKURT EIN FYRIMUNUR

Skrivað: Rannvá Næss, 25 ár, úr Tórshavn. Úbúgving: Løgfrøði á Københavns Universitet. Í gongd við kandidatritgerðina. Búðsitandi í Keypmannahavn.

Lestrarstarv ella ei?

Leyp út í tað! A

t hava viðkomandi lestrarstarv hevur havt stóran týdning fyri meg í mínum annars ástøðiliga lestri á løgfrøði. Tá ein lesur løgfrøði í 5 ár, væntast tað ikki av einum, at mann fer ígjøgnum eina starvs­venjing, og tískil er mann eitt sindur á ber­um, um mann ongantíð hevur nortið eitt sind­ur við arbeiðismarknaðin, áðrenn mann fær prógvið handað. Alt frá at brúka tey bókligu amboðini, mann hevur lært til at samarbeiða og skapa eitt sosialt og professionelt netverk, hevur al­stór­an týdning, tá tú einaferð skalt út á

116 — Fjølnir2014

arbeiðs­marknaðin at brúka tína útbúgving til nakað viðkomandi. Tað nyttar ikki at lesa í 5 ár og so vænta, at mann uttan víðari fær eitt arbeiði, um mann ikki veit, hvussu mann skal arbeiða, ella hvat tað er at arbeiða. Tað snýr seg um at byggja eitt gott CV upp - men eisini at menn­ast sum ein sjálvbjargin einstaklingur. Studentarhjálp

Tey seinastu tvey árini havi eg starvast hjá Dansk Industri sum studentarhjálp í set­ana­ r­­rætti og sáttmálum, har eg dagliga samskifti

vitja okkum á: mfs.fo


týdningarmikið at hava lestrarstarv « LESTUR OG ARBEIÐI

við vinnu og ar­beiðis­gev­ Tey kenna seg kanska Tí um vit ikki hava ar­ar um alt frá at skrúva ótrygg at royna seg á spískar albogar sjálvi, eina set­an­ar­av­talu saman ar­beiðis­marknaðinum, tí so er tað eingin, til skyldur og rætt­indi hjá tey halda seg ikki duga ávikavist arbeiðisgevara nóg væl – og so eisini ið hevur tað fyri okkum! og arbeiðistakara. Gene­rel orsakað av tí málsligu ráð­­gev­­ing í ar­beiðs­rætt­ “barrieruni”. Eg vil tó lig­­um lóg­ar­kar­mum og avtalurætti Eg tók eitt val sum 1. árs lesandi í sterkt viðmæla øllum um at koma er eitt av kjarnu­­­tæn­­astu­veit­ing­u­num,­ 2008 um ikki at bíða ella halda meg í aðrar tankar og ikki at halda seg sum eg havi við at gera. aftur við at søkja viðkomandi lestrar­ aftur at søkja. Tí um vit ikki hava Tað, sum er spennandi við hesum størv. Hetta hevur verið besta val, eg spískar albogar sjálvi, so er tað starv­i­num, er, at eg fái ment meg í havi tikið sum lesandi. Eg byrjaði at eingin, ið hevur tað fyri okkum. mín­um faki sum løgfrøðiligur ráð­ ar­beiða hjá Nordania Leasing á 1. ári Eg havi fingið nógv burtur úr gevi. Mínar uppgávur eru sera líkar sum studentarhjálp í innheinting og mín­­um lestrarstørvum, bæði sosialt ein­ um liðugtlesandi løgfrøðingi, havi síðani tá havt ymisk spennandi og fakligt, og eg eri ikki í iva um, og tískil kenni eg meg væl evnaða lestrar­ størv. Jú meira praktiskar at tað hevur gjørt meg til ein betri til arbeiðismarknaðin, sum liggur roynd­ir, eg havi fingið, jú lættari fyri kandi­dat á einum hvørjum arbeiðs­ fyri framman. Samstundis havi eg meg hevur tað eisini verið at fingið plássi, enn um eg ikki hevði tikið ta tætt samstarv við teir dugnaligastu lestrarstarv. av­gerðina. ráð­­gev­ar­nar og advokatarnar í Nógv lesandi - serliga føroyingar í arbeiðsrætti í tí danska kong­a­ríki­ mun til danir - halda seg tíverri aftur num. við at søkja lestrarstørv.

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

árgangur 02 — 117


LESTUR OG ARBEIÐI » lestrarstarv ein góð hjálp

» LESTRARSTARV – HÓSKAR VÆL TIL MÍN

Skrivað: Sólvá á Brúgv, úr Tórshavn. Úbúgving: Cand.merc.aud. á CBS Aldur: 24 ár

win win

Búðsitandi í Keypmannahavn.

Tá arbeiðið hjálpir at skilja lesnaðin og lesnaðurin at skilja arbeiðið!

T

á húgvan á sumri 2009 var komin á høvdið, gjørdi eg av at fara beina leið til Keyp­ mannahavnar undir víðari lestur. Long­su­lin at ferðast, ið kemur á tey flestu eftir lokna miðnámsútbúgving, varð mett­ að­ur aftan á eitt ár sum skiftisstudentur í Mexico. Eftir fýra og eitt hálvt ára lestur í Keypmannahavn eri eg nú í ferð við mína serritgerð, sum er síðsti partur av gran­skoð­ ara­útbúgvingini. Eg hevði leingi vitað, at eg skuldi lesa okkurt við búskaparfrøði, og valið fall á bachelorútbúgvingina HA-Almen á CBS í Keyp­manna­havn. Hendan útbúgving kann heilt vist viðmælast. Hon fevnir breitt og

118 — Fjølnir2014

gevur nógvar valmøguleikar til víðari lestur. Bache­lor­útbúgvingin er sera krevjandi við 30 próvtøkum umframt bachelorritgerð. Eg valdi tíðliga at halda fram við grann­skoð­­ara­ útbúgvingini cand.merc.aud., ið tekur tvey ár, íroknað serritgerðina. Hesin lest­ ur er eisini sera krevjandi, men í mun til ta breiðu bachelorútbúgvingina er kandi­dat­út­búgv­ ing­in meiri nágreinilig og fevnir fyri tað mesta um grannskoðan og skattarætt. Granskoðarahjálparfólk

Stutt eftir at eg byrjaði kandi­ dat­ út­ búgv­ ing­ina, valdi eg at søkja eitt starv, ið var viðkomandi fyri mín lestur. Eg leitaði á

vitja okkum á: mfs.fo


lestrarstarv ein góð hjálp « LESTUR OG ARBEIÐI

Eg eri sera glað fyri mítt arbeiði og trívist væl. Um eitthvørt er, sum eg ikki skilji, kann eg spyrja mínar starvs­felagar. Mær dámar væl at síggja framstig, og tað geri eg hvønn dag. arbeiðsportalinum hjá CBS og fann eitt starv, ið vakti mín áhuga. Eg søkti og fekk star­v ið sum gran­ skoðarahjálparfólk í ”Re­v i­sor­­huset i Birkerød”. Har starvast fleiri grannskoðarar og bókhaldarar um­­­ framt trý ung lesandi, sum ar­ beið­ a við síðuna av lesnaðinum. Høvuðs­­ orsøkin til at fáa mær starv, samstundis sum eg las, var at fáa arbeiðsroyndir á økinum. Eisini metti eg, at eitt slíkt starv betr­­ aði mínar arbeiðsførleikar og økti mínar framtíðar møguleikar. Starv­­ ið gevur mær møguleika at

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

brúka tað, eg læri á universitetinum, í tí veruliga vinnulívinum. Mínar arbeiðs­uppgávur fevna víða. Eg geri rokni­skap, bókføri og hjálpi við at grann­skoða roknskap, eins og eg taki móti og vitji viðskiftafólk. Starvið er avbjóðandi og áhugavert og tað besta er, at tað er viðkomandi fyri mína útbúgving og hjálpir mær at binda saman ástøði og yrkisroyndir. viðmæli øllum lesandi

Eg eri sera glað fyri mítt arbeiði og trívist væl. Um eitthvørt er, sum eg ikki skilji, kann eg spyrja mínar

starvs­ felagar. Mær dámar væl at síggja framstig, og tað geri eg hvønn dag. Eg vil viðmæla øllum lesandi at søkja starv, sum er viðkomandi fyri lesn­aðin, og kanska serliga teimum ið taka útbúgvingar, sum ikki hava starvs­venj­ing. Starvsroyndir geva ein­um, sum sagt, møguleika at royna ástøði í yrkisroyndum, umframt net­ verk innan sína vinnugrein. Arbeiðið hjálp­ ir mær at skilja lesnaðin, og lesn­aður­­in at skilja arbeiðið.

árgangur 02 — 119


LESTUR OG ARBEIÐI

» lestrarstarv ein góð hjálp

» LESTRARSTARV – Í FISKIMÁLARÁÐNUM

Hví nýtt havrannsóknarskip?

Lítið, men framkomið havrannsóknarskip

Neyv gransking og góð hagtøl eru avgerandi fyri eina fiskivinnutjóð sum Føroyar.

Havstovan er í altjóða samstarvi við aðrar granskingarstovnar, har tað á hvørjum ári verða gjørdar kanningar av uppsjóvarfiski og umhvørvinum, fiskurin livir í.

Tey eru fortreytin fyri at vit kunnu stýra fiskivinnuni væl. Tey eru neyðug prógv, tá ið vit skulu vísa, at fiskivinnan er burðardygg. Tey kunnu eisini útvega okkum tey avgerandi argumentini, tá ið vit skulu skjalfesta krøv og rættindir móti øðrum strandalondum. Tað er Havstovan, sum útvegar kunnleika um havumhvørvi og fiskistovnar okkara. Týdningarmesta amboðið hjá Havstovuni í hesum arbeiði er eitt dygdargott havrann­ sóknarskip.

Í faldaranum eru myndir av havrannsóknarskipunum hjá okkara grannalondum. Hesi skip eru væl størri og nýggjari enn Magnus Heinason. Tey nýggjastu lúka øll tey strongu krøvini til havrannsóknarskip, sum altjóða havgranskingarstovnurin ICES setir. Her verður serliga hugsað um hámarkið fyri óljóð. Nýggja føroyska havrannsóknarskipið fer at lúka øll krøv frá ICES. Harafturat fer skipið at vera so sjógott, og tað fer at hava so fræga maskinorku, at tað fer at bera til at framleiða dygdargóðar og virðismiklar dátur umborð – sjálvt í ringum veðri. Nýggja havrannsóknarskipið verður størri enn verandi havrannsóknarskip, men væl minni enn skipini hjá grannatjóðum okkara. Tó hevur nýggja skipið alt, sum krevst fyri at gerast eitt av fremstu havrannsóknarskipum í heiminum.

Hvat ger eitt havrannsóknarskip?

Nýtt føroyskt

havrannsóknarskip

Føroyska havrannsóknarskipið røkir nógvar týdningarmiklar uppgávur. Høvuðsuppgávur­ nar í dag eru hesar: Botnfiskur á Landgrunninum

Botnfiskur á djúpum vatni

Umhvørviskanningar

Toskur, hýsa og upsi eru týdningarmestu fiskasløg­ ini á føroyagrunninum. Havrannsóknarskipið ger rannsóknir, sokallaðar yvirlitstrolingar. Saman við landingartølunum eru hesar yvirlitstrolingar grund­ arlagið undir árligu stovnsmetingunum.

Magnus Heinason Longd: 44,50 m Breidd: 9,52 m Ferð: 9 míl Ravmagn: 460 kW Framdriftsorka: 1325 kW

Fiskasløg, sum kongafiskur, blálonga, svartkalvi og gulllaksur, eru eisini sera týdningarmikil. Hesir fiskastovnar verða kannaðir á hvørjum ári. Havfrøðiligar kanningar við Føroyar hava týdning fyri allan heimin. Úrslit frá hesum kanningum verða javnan kunngjørd í fremstu altjóða vísindatíðar­ ritum, serliga í sambandi við veðurlagsgransking. Týdningurin av at profilera Føroyar í hesum høpi kann ikki yvirmetast.

Nýggja havrannsóknarskipið Longd: 53,00 m Breidd: 12,60 m Ferð: 11 míl Ravmagn: 2999 kW Framdriftsorka: 2500 kW

Vitan um vistskipanir verður í alt størri mun nýtt í arbeiðinum at umsita fiskastovnarnar. Væl útgjørd rannsóknarskip við góðum arbeiðsumstøðum eru fortreyt fyri slíkum kanningarvirksemi. Uppsjóvarfiskur

Royndarveiða

Skrivað:

Reiðskapsroyndir

Ólavur Sakarisson

Leigutúrar

í Ólavsstovu.

Celtic Explorer (Írland) Longd: 65,50 m Breidd: 15,00 m Ferð: 15,5 míl Ravmagn: 4320 kW Framdriftsorka: 3000 kW

Kanningar av uppsjóvarfiski (svartkjaftur, sild og makrelur) við ekkóloddi verða gjørdar á hvørjum ári. Kanningarnar verða gjørdar saman við øðrum strandalondum. Hetta tryggjar, at Føroyar kunnu skjalprógva síni krøv mótvegis øðrum londum, tá kvoturnar skulu býtast.

Árni Friðriksson (Ísland) Longd: 69,90 m Breidd: 14,00 m Ferð: 16 míl Ravmagn: 4320 kW Framdriftsorka: 3300 kW

Havrannsóknarskipið roynir eftir nýggjum fiskasløg­ um, sum kunnu gagnnýtast vinnuliga. Royndarveiða eftir kongafiski, blálongu og búrfiski hava skapt grundarlag fyri vinnuligan fiskiskap.

Tridens (Holland) Longd: 73,54 m Breidd: 14,00 m Ferð: 13 míl Ravmagn: 1088 kW Framdriftsorka: 6400 kW

Havrannsóknarskipið roynir nýggjan fiskireiðskap, sum kann gagna fiskivinnuni í framtíðini. At hava ein slíkan pall, har reiðskapur kann roynast á vís­ indaligum grundarlagi, hevur alstóran týdning. Tá ið havrannsóknarskipið avreiðir veiðuna, fær Havstovan inntøkur, sum eru við til at fíggja rakstur­ in av skipinum. Ein onnur inntøkukelda er at leiga skipið út til ymisk vísindalig endamál. Tvey dømi eru umhvørviskanningar og seismiskar kanningar. Hetta gevur Havstovuni virðismikil sambond við onnur granskingarumhvørvi.

Nansen

Celtic

Celtic

Tridens

Tridens

G.O. Sars (Norra) Longd: 77,50 m Breidd: 16,40 m Ferð: 17,5 míl Ravmagn: 8100 kW Framdriftsorka: 6000 kW Fridtjof Nansen (Russland) Longd: 81,93 m Breidd: 13,60 m Ferð: 12,5 míl Ravmagn: 1471 kW Framdriftsorka: 3382 kW

Aldur:

– stutt lýsing av verkætlanini

Nansen

P.O. Box 3051 · Nóatún 1 FO­110 Tórshavn Faroe Islands

25 ár.

Tel +298 35 39 00 hav@hav.fo www.hav.fo

Verkætlanin í stuttum Hesin faldarin lýsir í stuttum verkætlanina „Nýtt havrannsóknarskip“. Hann lýsir hugleiðingar og metingar, ið eru grundarlagið undir endaliga sniðinum. Sniðið byggir á kravlýsing frá Havstovuni á vári 2008, fundarvirksemi og ekskursiónir, sum hava verið gjørdar saman við sniðgevum, ið hava verið knýttir at verkætlanini.

Nansen

Celtic

Tridens

Úbúgving: HA almenn á Copenhagen Business School, 5. lestrarhálva. Búðsitandi í Keypmannahavn.

spennandi og læruríkt

UPPLAGDUR MØGULEIKI Eg hevði hoyrt

um møguleikan, og av tí at 5. lestrarhálva á mínum lesnaði vanliga er eitt hálvár, har nógv lesandi fara uttanlands sum skiftislesandi, ja, so vildi eg satt at siga eisini sleppa at royna okkurt eitt sindur øðrvísi. Serliga var tað tankin um at læra ta føroysku landsfyrisitingina betur at kenna – bæði hvat viðvíkur innihaldi og gerandis­degi – sum dró, men sjálvsagt eisini áhug­in at skapa sær virðismiklar praktiskar roynd­ir var ein drívmegi. Eg sá hetta sum ein upplagdan møguleika at samantvinna prakt­iskar royndir og ástøðiliga vitan. Hesin møguleikin, ið landsstýrið bjóðar, er eitt gylt høvi og ein framúr møguleiki hjá les­andi at ogna sær “hands-on-royndir”.

120 — Fjølnir2014

Ja, tað var kanska einamest av tilvild, tí trý ráð skuldu rað­fest­ast, og tilboð um starvsvenjing kom so úr Fiskimálaráðnum. Eftir at hava hugsað meg um kom eg skjótt til ta niðurstøðu, at hjá einum lesandi føroyingi var hetta eitt gylt høvi at fáa innlit í og sleppa at arbeiða við høvuðsvinnu landsins: fiskivinnuni. Tá ið avgerð var tikin um hetta, skuldu nøkur lær­ ings­ mál orðast, ið skuldu vera vegleiðandi ígjøg­num starvsvenjingartíðarskeiðið. ARBEIÐI VIÐ SAMFERÐSLUMÁLUM

Eg má í baksýni viðganga, at nógv av lær­ ings­ málunum blivu als ikki avgreidd, tí nýggj mál og evni stungu seg upp, sum bæði vóru meiri átrokandi og til tíðir eisini

vitja okkum á: mfs.fo


væl meiri spennandi, men samstundis var hetta við til at gera starvsvenjingina meiri livandi og áhugaverda. Tað, at einki bein­leiðis skema skuldi fylgjast, gjørdi arbeið­ið fjølbroytt og mennandi. Av starvs­upp­gáv­um, ið eg slapp at arbeiða við, kunnu nevn­ast fígging, fíggjarstýring, og hvussu ymsir organisatoriskir spurningar skuldu av­ greið­ast, og tað var sera áhugavert at fáa inn­lit í og arbeiða við samfelagsmálum, ið dagliga verða nógv umrødd, m.a. nýtt hav­ rann­ sókn­ arskip, tilfeingisrenta og -gjald og fíggj­ar­karmar fyri núverandi og komandi ár. FAKLIGA OG PERSÓNLIGA MENNANDI

Samanumtikið er eingin ivi um, at starvs­venj­ing­ in bæði fakliga og persónliga var eitt spenn­andi tíðarskeið. Eitt tíðarskeið, sum gav møgu­leikan fyri reflektión og dýpan í nøkur ástøð­ilig evni, ið hava verið gjøgnumgingin í lesnaðinum, men sum nú brádliga fingu skap sum nakað veruligt. Persónliga var talan eisini um menning. Tað at starvast saman við eini rúgvu av dug­na­ligum og vælútbúnum fólkum við ymsum bakgrundum ger, at tú mennist persónliga og fakliga. Eis­ ini fekk eg ta greiðu fatan, at tann føroyska landsfyrisitingin er eitt stað, har ið dugnalig starvsfólk við sterkari akademiskari barlast starv­ast, og tað gevur áræði og íblástur til víð­ari lesnað. Á summum lesnaðum ber til at fáa eina heila lestrarhálvu góð­skiv­aða, men á HA almenn var einans gjør­ligt at fáa góðskrivað 7,5 ECTS, og tí skuldi eg eisini fylgja tveimum fak­ um, meðan eg var heima. Hetta var kanska eitt sindur strævið, tí um­framt at hava fastan gerandisdag við arbeiði frá 8-16, so hjálpir tað ikki júst upp á hugsavningina at vera so langt burturi frá lestrardegnum í Keypmannahavn, umframt at vin­ir o.o. her heima í Føroyum fóru av­stað við teirri mestu frítíðini, men sam­an­um­tikið var tað eitt ómetaliga spenn­andi og læruríkt tíðarskeið, sum kann viðmælast øðrum at royna.

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

tað var sera áhugavert at fáa innlit í og arbeiða við samfelagsmálum, ið dagliga verða umrødd!

árgangur 02 — 121


LESTUR OG ARBEIÐI » týdningarmikið at hava lestrarstarv

»STARVSVENJING Í MENTAMÁLARÁÐNUM

Skrivað: Gunnhild Hansen, 21 ár, úr Hoyvík. Úbúgving: Sosialvísind og samfelagsplanlegging. Gangi á 6 og seinasta semsetri á Setrinum.

Starvsvenjing hjálpti til at velja

VÍÐARI LESTUR Eg valdi at fara í starvsvenjing fyri at fáa nakrar øðrvísi starvsroyndir. Í umsóknini skuldi eg velja eitt økið, ið eg hevði hug at arbeiða innanfyri og út frá hesum, valdi Løgmansskrivstovan, at eg skuldi á Menta­ málaráðið. Eg hevði áðrenn arbeitt í ymisk­um handlum og kaffistovu - tó helt eg meg mangla onkrar meira viðkomandi starvs­royndir í mun til útbúgvingina, sum eg eri í holtur við. Tí helt eg, at hetta var ein upplagdur møguleiki at nema mær nakr­ar royndir og eisini fáa innlit í almennu fyri­ sit­ing­ina. Arbeiðsuppgávurnar eru ymiskar

Tað ógvu­liga ymiskt, hvat starvsvenjingin inni­ber. Tú fært innlit í, hvat eitt aðalráð

122 — Fjølnir2014

tekst við, og hvørjar uppgávur hetta ráð hevur. Menta­ mála­ ráðið er býtt upp í ymiskar deildir. Eg havi verið partur av aðalskrivstovuni form­liga, tó havi eg gjørt uppgávur fyri so at siga allar deildir. Eg havi sett fleiri excel-skjøl upp frá ymiskum kanningum, ið Mentamálaráðið hevur gjørt, og síðani skrivað frágreiðing frá hesum kann­ing­um. Eg havi verið á fundum, bæði innanhýsis og uttan­hýsis. Hvørja viku havi eg kannað teir ymisku tíðindamiðlarnar, um tíðindini eru Menta­málaráðnum við­v íkj­­ andi. Síðani havi eg skrivað saman­drátt av hesum tíðindum, so­leiðis, at ráðið veit, hvat tað er, sum gongur fyri seg á ymisku økju­ num kring ráðið. Nú eftir, at starvsvenjingin er enda, eri

vitja okkum á: mfs.fo


týdningarmikið at hava lestrarstarv « LESTUR OG ARBEIÐI

Tað kann verða eitt sind­ur torført, tí bæði skúlin og starvs­ venj­ing­in eru so at siga fulla tíð. Ein verð­ur noyddur at planleggja alt. Leið­slan á Mentamálaráðnum visti, at eg ætlaði bæði at ganga í skúla og vera í starvsvenjing, og tí vóru tey eitt sindur lagalig við mínum arbeiðs­tíð­um.

eg kortini sloppin at fylgja eini nevnd, ið skal gera uppskot til bygn­ aðin í Marknagilsdeplinum, og hetta arbeiðið haldi eg verða sera spennandi. Saman­tvinna lestur og starvs­venjing

Vanliga, tá ið tú gerst starvslesandi, fært tú tað góðskrivað í lesn­aði­num, og tí nýtist tú ikki at ganga í skúla fulla tíð. Tó loyvdi mín deild mær ikki hetta á bachelor-lesnaðinum, tí mátti eg samantvinna skúlan og starvs­venj­ing­ina. Tað kann verða eitt sind­ur torført, tí bæði skúlin og starvs­venj­ing­in eru so at siga fulla tíð.

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

Ein verð­ur noyddur at planleggja alt. Leið­slan á Mentamálaráðnum visti, at eg ætlaði bæði at ganga í skúla og vera í starvsvenjing, og tí vóru tey eitt sindur lagalig við mínum arbeiðs­tíð­ um. Tað, ið var mest umráðandi var, at eg fekk arbeiðið, sum varð mær álagt, frá hondum. Persónligar og fakligar av­bjóð­ing­ar

Seinastu fimm mánaðir hava verið rættuliga rúgvumiklir. Skúlin hev­ur fylt serliga nógv 5. semestur í mun til hini semestrini. Av tí, at eg havi verið í skúla og í starvsvenjing, havi eg verið noydd at siga tvey størv frá

mær, sum eg hevði áðrenn, tí tað var ikki tíð til alt. Eg havi verið noydd at siga nakað av tí sosiala lív­inum frá mær. Tó hava vinfólk, familja og onnur verði sera skiljandi, tí tey vistu, at hetta hevur verið ein fyribils støða. Sjálvt um avbjóðingarnar hava verið nógvar, havi eg lært sera nógv, og haldi meg hava fingið innlit í ráðið. Eg eri komin at kenna nógv nýggj fólk, sum eg hopi at koma at hava fram­­hald­andi samband við. Eisini hevur starvs­ venjingin hjálpt mær at finna útav, hvat eg havi hug at lesa víðari.

árgangur 02 — 123


LESTUR OG ARBEIÐI » hví starvsvenjing í india?

Navn

Vár Oskarsdóttir Otthamar, 25 ár, úr Tórshavn Lesnaður

Læraraútbúgving á bachelorstigi, lesi á fjórða og síðsta ári. Hví stavsvenjing í India?

Tað er nokkso vanligt at fara uttanlands í starvs­venjing, tá ið mann hevur enskt á linju fyri veruliga at royna seg við enska máli­num. Vit umhugsaðu fleiri ymisk lond, men valdu at enda at fara til India. Lær­ar­inn­an hjá okkum á enskt linjuni kemur frá India, og tískil var tað rættiliga lætt at koma í samband við ein skúla har og at fyri­skipa starvsvenjingina. Somuleiðis helt eg tað vera spennandi at fara til India, tí tað er heilt øðrvísi har, og tískil helt eg tað vera áhugavert og avbjóðandi at royna at undir­v ísa har.

124 — Fjølnir2014

Hvat inniber tað at vera í stavsvenjing ?

Tá ið vit eru í starvsvenjing, sleppa vit at royna okkum sum lærarar, og sostatt kunnu vit ogna okkum nakrar praktiskar royndir. Somu­leiðis møta vit avbjóðingum, sum vit ikki kunnu fáa í undirvísingini, og hesar eru mennandi fyri okkum sum komandi lær­ar­ar. Tað at vit vóru í starvsvenjing í India inni­bar tað, at vit fingu innlit í eina heilt øðr­v ísi skúlaskipan, sum vit her heima heilt víst kunnu læra nakað av. Hvørjar avbjóðingar hevur hetta við sær?

Vit møttu ymiskum avbjóðingum í starvs­ venj­ ing­ ini í India. Eitt nú ber til at nevna, hvussu øðrvísi alt er har í mun til her heima so sum mentan, lærugreinar og hátturin at undirvísa. Á skúla­num, sum vit vóru á, gingu øll sera høgt upp í at gera sítt arbeiði til fulnar – bæði lærarar og næm­ing­ar. Vit fingu at vita, at lærararnir, sum starvast á skúlanum hava allir eina Ph.d, so hetta gjørdi

vitja okkum á: mfs.fo


hví starvsvenjing í india? « LESTUR OG ARBEIÐI

Starvsvenjing í

India tað av­g jørt til eina enn størri avbjóðing at undir­v ísa har og at verða eygleiddur av starvs­venjingarlærarunum. Ein onnur avbjóðing var at skilja næm­ ing­ ar­ nar, tí teir høvdu eina sera sterka indiska dialekt, tá ið teir tos­aðu enskt, og var tað ofta trupult at skilja, hvat teir søgdu. Tó hava allar tær av­bjóðingarnar, sum vit møttu, verið mennandi fyri okkum – bæði per­són­liga og sum komandi lærarar.

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

Hvørji ráð vilt tú geva øðrum, ið velja starvsvenjing uttanlands?

At vera opin fyri nøkrum øðrvísi og læra av tí. Eisini er týdn­ing­ar­mikið at duga at til­laga seg, tá ið broytingar koma fyri og altíð vera klár­ur við nóg mikið av til­fari.

árgangur 02 — 125


LESTUR OG ARBEIÐI » gevandi starvsvenjing í brússel

» STARVSLESANDI

Skrivað: Eirikur í Jákupsstovu Aldur: 25 ár Lesur: Jura á Københavns Universitet

Sildarok í

BRÚSSEL

Búsitandi í Keypmannahavn

126 — Fjølnir2014

Sum so ofta oysir tað niður í Brússel, tá eg eri á veg til arbeiðis, og aftur í dag hugsi eg: “Hví ólukkan løgdu tey ikki ES bureokratiið í Malaga? Tað er eisini við í ES!” Eg traðki á ein av mongu leysu flisunum, og runuvatn sprýkir næstan upp á knøini. Hetta er so vanligt, at tað hevur eitt heiti: “Brussels splash”. Eg komi inn á sendistovuna á Rue d’Arlon, busti ringastu rununa av brókunum og seti dagsins fyrstu kaffikannu útá. Kate Sanderson, sendikvinnan, kemur lítla løtu seinni inn um hurðina og sigur, at tað fer at koma í tíðindini í morgin, at Føroyar aftur hava stevnt ES um sildatrætuna. Dagurin er bjargaður! Regnið uttanfyri er gloymt. Nú snýr tað seg um nakað, sum hevur týdning, og hetta verður stuttligt! Soleiðis byrjaði ein heilt vanligur dagur sum starvslesandi í Brússel í heyst, men hvussu hundin endaði eg her saman við slipsamonnum og øðrum jassum? Tá eg var lítil, dámdi mær væl at lurta eftir partinum í útvarpstíðindunum, tá tey lósu upp, hvat skipini høvdu selt. Um hetta hevði nakran týdning fyri, at eg sum 26 ára gamal juralesandi á kandidatinum í starvsvenjing í

Brússel haldi hav, fiskiskap og alt rundan um hetta vera tað mest áhugaverda í heiminum, dugi eg ikki at meta um. Kanska var tað bara soleiðis, at eg kendi nøvnini á Tummas Nygaard, Fugltúgvuni og Morgunstjørnu aftur frá kajini á Eiði. Men úrslitið er tað sama. Hví fór eg so ikki út at sigla bara? Eg veit ikki ordiliga... Kanska tí, at hinir dreingirnir egndu skjótari enn eg, og eg tímdi eitt sindur betur at lesa bøkur enn teir. fleiri fiskar – færri bøkur

Tá eg so kom hartil, at bacheloruppgávan á løgfrøðilesnaðinum skuldi skrivast um várið í fjør, tímdi eg ikki so væl at lesa meira. Samstundis fór ES helst skjótt at royna at “revsa” Føroyar fyri at fiska, og so skuldi felagsskapurin eisini hava nýggjan fiskivinnupolikk. Tí tóktist tað sera skilagott at leggja lesnaðin partvíst til viks eina løtu og fara til Brússel at finna útav, hvat fór at henda. Eg fekk møguleikan, og somu viku, sum eg lendi í ES høvuðsstaðnum, setti ES síni tiltøk í verk. Eg skemtaði beinanvegin við, at til­

vitja okkum á: mfs.fo


gevandi starvsvenjing í brússel « LESTUR OG ARBEIÐI

tøk­ ini verða burtur, tá eg fari úr Brússel aftur. Tað vita vit í mars, sam­­stund­­is sum hesir tankar koma á prent, praktikkuppgávan – sum eg fái nøkur ECTS-stig fyri – er latin inn og eg helst siti við einari bók um mari­timar avtalur á onkrum bóka­ savni í Keypmannahavn. Hesin møguleikin í Brússel hevur tó sanniliga sínar avbjóðingar. Eg var nøkulunda til reiðar til tær fak­­ ligu avbjóðingarnar, sum hetta hálv­­ árið passar sera væl við míni

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

persón­ ligu áhugamál, nú tað mest snýr seg um at kanna og skriva um fisk í breiðastu merking. Men so eru tað persónligu avbjóðingarnar við brád­liga at skula strúka sínar egnu skjúrt­ur, at skula tosa fremmand mál alla­ staðni uttan á sendistovuni, at net­verka, at tosa nógv uttan at siga ov nógv og at skula búgva í einum húsi saman við 8 øðrum, har vit hava hvør sítt kamar, men annars skulu být­ast um tað mesta. Hetta var eg ikki klárur til, og tað hevur verið ein

sera mennandi tilgongd, sum eg havi fingið sera nógv burturúr. Summa summarum

Teir higartil 4 mánaðirnir í Brússel saman við dugnaligu fólkunum her og í skipan­ ini í Føroyum annars hava givið mær nógvar ferðir meira fat­an og upplivingar enn eitt hálvár á universitetinum. Mongdin av pinna­ mati og sjampanju er eisini á muni.

árgangur 02 — 127


LESTUR OG ARBEIÐI

»arbeiðsroyndir úr íslandi

» STARVSVENJING – LÆRURÍKT OG STRÆVIÐ

Navn: Marita Klein Joensen Lesur: International Business and Politics á Copenhagen Business School Búsitandi í Keypmannahavn

Starvsvenjing á Sendistovu Føroya í

Reykjavík Eg eiti Marita Klein Joensen, og eg var so heppin at koma í starvsvenjing á Sendi­ stovu Føroya í Reykjavík heystið/veturin 2013. Tá eg ikki eri í Íslandi, gangi eg í skúla á CBS í Keypmannahavn, har eg taki kandidatútbúgving í International

128 — Fjølnir2014

Busi­ness and Politics, so tá mann tekur eina slíka útbúgving, liggur tað jú beint til høgra bein at royna at fáa sær pláss í starvs­ venj­ ing á eini sendistovu. Áleið 10-15 í mín­um flokki eru farin sama veg í ymsum donsk­um sendistovum kring heimin.

vitja okkum á: mfs.fo


LESTUR OG ARBEIÐI

stovuna her, tí fyri tað fyrsta visti eg, at virksemið á sendistovuni í Reykja­v ík er so ómetaliga áhugavert og læruríkt, tí eg kenni fleiri av teim­ um, ið hava verið í starvsvenjing her áðr­enn eg, og harafturat hevði eg ein longsul til Reykjavíkar aftur, ið at síggja til nógv onnur hava, ið hava verið her fyrr. VERKÆTLAN

TIL REYKJAVÍKAR

Eg havi verið í Reykjavík síðan 1. sep­ tem­b­ur 2013 og verði til 1. februar, tá eg fari niður til Keypmannahavnar aft­ur at taka tvey tey síðstu fakini og so skriva høvuðsritgerðina. Eftir ætlan verði eg liðug til jóla 2014, og eftir meira enn 5 ár í lestrarørindum uttan­­lands er ætlanin avgjørt at flyta heim aftur til Føroya. Hetta er ikki fyrstu ferð, eg búgvi í Reykja­vík, tí á heysti 2011 flutti eg eisini higar úr Keypmannahavn. Tá var eg skiftisnæmingur og tók fak á Háskóla Íslands. Fakini, ið eg tók tá, høvdu øll við smálond

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

at gera, og hvussu hesi kunnu gera seg gald­andi og ávirka í heimshøpi. Hetta hevði við sær, at sjálvt um eg leingi áðrenn tað hevði hugsað um at fara í starvsvenjing í onkra av teim før­oysku sendi­­­stovu­num, so vóru hesi fak­ini við til at geva mær tað enda­ liga skumpið, tí føroysk við­ ur­­ skifti við um­ heimin, og kanska ser­­liga øking og opti­mer­ing av før­­oysk­um útflutningi, er tað, ið eg kundi hugsað mær at arbeitt við í fram­­tíðini. At eg kom til Íslands fyri aðru ferð eftir tveimum árum, var alt annað enn av tilvild. Eg søkti sendi­

Í sambandi við starvsvenjingina havi eg valt at skriva eina uppgávu, har eg skal velja eitt evni, ið eg havi arb­eitt við á sendistovuni, og lata tað inn einaferð, tá eg eri komin aftur til Keypmannahavnar. Her havi eg so valt at skriva um trupulleikarnar hjá Føroyum at útflyta kumuleraðar land­ búnaðarvørur til Íslands. Fak­ liga havi eg lært ómetaliga nógv bein­leiðis frá starvsfólkunum her í Reykjavík – og ikki minst av teim­ um uppgávum, ið eg havi fingið at loysa ella skriva um. Persónliga er tað eisini ein fongur at fara í starvs­ venj­ing í einum øðrum landi, tí ikki bert kemur man at kenna nýggj, spenn­ andi og undirhaldandi fólk, men eisini málið og mentanina, tí sjálvt um mann heldur, at Ísland er so líkt Føroyum, so hava bæði Ísland og íslendskt mál sínar heilt serligu síður, ið mann onki kennir til, fyrr enn mann roynir at búgva her. Eitt er so heilt víst: Mína tíð á Sendistovu Føroya í Reykjavík fari eg altíð á líta aftur á sum eina serstakliga læruríka og upplívgandi tíð, ið eg heilt avgjørt kann viðmæla øðrum.

árgangur 02 — 129


LESTUR OG ARBEIÐI » sendistova

» FØROYSKA SENDISTOVAN Í BRÚSSEL

Navn: Lív Egilsdóttir Olsen Lesur: Almenna fyristing á Professionshøj­skolen Metropol Bústaður:

FØROYAR

í ES høvuðsborgini

Keypmannahavn

Landsstýrið ynskir at menna sínámillum viður­skifti við ES tey komandi árini. Stig eru tikin til at kanna møguleikar at gera eina nýggja avtalu, ið gevur Føroyum breið­ ari atgongd til ES-marknaðin og tað evropeiska samstarvið sum heild, um­ framt verandi fríhandilssáttmálan og gransk­ing­ar­samstarvið. Í kjalarvørrinum av búskaparkreppuni er nýtt fokus í ES í dag um at styrkja støðuna hjá Evropa sum heimsparti í al­ heimsgerðini. Hóast Føroyar ikki eru partur av ES, hevur tað eisini týdning fyri okkum sum norður­evro­ pe­ iskt land, at vera til reiðar at bjóða okk­um fram og vera partur av hesum ráki. Tí ræður um at fylgja væl við øllum, sum er í umbúna í ES-kervinum og á einhvønn hátt kann hava avleiðingar og geva nýggjar møgu­leikar fyri menning í Føroyum.

130 — Fjølnir2014

Uppgávan hjá Sendistovu Føroya í ES er í breiðastu merking at virka Føroyum til frama í Evropasamveldinum. Hetta røkir Kate Sanderson, sendikvinna, við at skapa og menna viðkomandi sambond innan ES-kervið, umframt við onnur lond, ið hava sendistovur í Brússel. Saman við henni ar­b­ eiða ein skrivari og skiftandi starvs­lesandi. Endamálið er at útvega føroyskum myndug­ leik­ um best møguliga kunning um, hvat rørir seg í ES. Hetta kann snúgva seg um alt frá teknisk­ um regl­ um til størri polit­isk­ar ætl­an­ir. Sam­s­t undis er altíð fremst í huga at gera støð­ una og áhuga­ mál­ini hjá Føroyum sjón­­lig­ari millum ES lima­lond­ini. So­statt spenn­ir arbeið­ið á Sendistovu Føroya í ES sera vítt. Allar sendistovur Føroya eru saman­ runn­­ ir partar av Uttanríkistænastuni á Løgmansskrivstovuni. Hetta merkj­ast eisini

vitja okkum á: mfs.fo


í gerandisdegnum á Sendi­ stovu­ ni í Brússel, har ein stórur part­ ur av virkseminum er at kanna al­ skyns viðurskifti vegna føroysk­ar myndug­ leikar og vera eitt millum­ lið við kunn­ ing og samskifti. Sendi­ stovan luttek­ur somuleiðis á við­kom­andi fund­um, skipar fyri til­tøk­um og ger vart við áleikandi við­ gerðir í ES nevndini, ES ráðnum og ES tingi­ num av málum, sum hava týdn­ing fyri Føroyar. Við eini so lítlari mann­ing og avmarkaðari játt­an, sam­stundis sum málini spenna so vítt er umráðandi at tryggja, at upp­gáv­ur­nar eru kjølfestar í veru­ligum tørvi og politiskum rað­ fest­ing­um heima í Føroyum.

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

Tað kemur væl við hjá Sendi­ stov­ uni at hava starvslesandi, og við­­komandi gerst skjótt partur av tí van­liga virk­seminum. Tvey starvslesandi

eru um árið (ein um várið og ein um heystið). Tann starvslesandi skal vera lið­ug­­ur við bachelorpartin á hægri læru­­stovni og hava søkt um at gerast starvs­­lesandi í Uttanríkistænastuni gjøg­­­num Løgmansskrivstovuna. Arb­­eiðs­­­uppgávur eru av bæði prakti­ sk­ um og meira skrivligum slagi. Stór krøv verða sett til smid­ leika, før­leika at skriva skjótt og væl, og áhuga at gera seg kendan við,

hvussu politiska kervið í ES virkar. Roynt verður at geva tí lesandi onkra størri uppgávu alt eftir hvør tørvurin hjá Sendistovuni og seráhugaøkið hjá tí lesandi er. Meðan núverandi sendikvinnan hevur verið í Brússel, hava ein lesandi í búskaparfrøði, ein í stjórnmálafrøði og ein í løgfrøði verið starvslesandi, men ongin forðing er fyri, at lesandi í øðrum lestrargreinum kunnu fáa møguleikan. Meira fæst at vita um, hvussu ein kann gerast starvslesandi á heima­ síð­uni tinganes.fo

árgangur 02 — 131


HORNIÐ

UM MEG SJÁLVAN

Eg eiti Øssur, eri 24 ár og havi búð í Keypmannahavn í hálvt annað ár nú. Eg havi gjørt fimleik, síðani eg var 9 ára gamal, og tað ætlaði eg at halda á fram við, tá eg flutti niður, sjálvt um eg visti, at tað allarhelst fór at vera torført bæði at lesa og venja fleiri ferðir um vikuna. Eg havi íðkað nógvan ítrótt gjøgnum árini, men fimleikur hevur altíð verið tað, sum mær hevur dámt best, og har eg havi følt meg mest heima. Eg haldi, at tað eru avbjóðingarnar í fimleiki, sum altíð hava tiltalað meg. Tað, alla tíðina at bjóða sær sjálvum av at alla tíðina muga útfordra seg sjálvan, menna seg, læra nýggj lop, nýggj element og læra lop, sum man hevur viljað dugað, lært síðani man var lítil, hevur verið drívkraftin. AT LESA UTTANLANDA

Á sumri í 2012 flutti eg til Keyp­manna­ havn­­ ar at lesa matematik-økonomi á Køben­havns Universitet. Orsøkin, at eg valdi at fara til Danmarkar, var fyrst og fremst, tí at tað ikki ber til at lesa tað, sum eg vildi lesa, í Føroyum, men eisini at fáa nýggj­ar avbjóðingar bæði ítróttarliga og tað at búgva í einum øðrum landi. Eg fann tó skótt útav, at eg ikki hevði valt rætta út­búgv­ing og valdi tí at steðga beint fyri jól í 2012. Eg hevði vant fimleik so nógv sum gjørlig, meðan eg las, men tað var rætti­liga torført í byrjanini at venja seg við lestrarlívið og heimaarbeiði, og tíðin til at venja var tískil ikki so nógv, sum hon hevði verið áður. Ístaðin fyri at flyta heim til Føroyar aftur beint aftaná, at eg var steðgaður við útbúgvingini, valdi eg at vera búgvandi í Danmark og satsa 100% upp á fimleikin og at royna at kvalifisera meg til EM í Moskva við tí danska lands­ liði­num, sum skuldi vera í apríl. Eg kláraði at kvalifisera meg til EM, og aftaná lut­ tøk­una síðst í apríl flutti eg so til Føroyar aftur fyri at arbeiða eitt sindur, áðrenn eg í summar flutti til Keypmannahavnar aftur at lesa á Købanhavns Universitet. Hesu­

ferð fall valið á ítrótt, sum eg enn lesi, og nú haldi eg at eg eri komin á rætta hyll. Líka mikið hvørja útbúgving tú velur at fara undir, kemur tú ikki sovandi ígjøg­ num hana, og at lesa ítrótt er onki undan­ tak. Sjálvt um tað er nógv at lesa, haldi eg, at tað er deiligt at hava okkurt við síð­una av lestrinum, soleiðis at tú onkuntíð kanst sleppa burtur frá skúlatingum eina løtu. Í mínum føri er fimleikavenjingin, har eg sleppi burtur frá skúlatingum. Aft­ an á lestur í fleiri tímar haldi eg, at tað er ótrúliga deiligt at fara til venjing og yvirhøvur ikki hugsa um skúlan. Í løtuni havi eg eitt pláss á tí danska lands­l iði­num, og skal eg gera mær vónir um at haldi tað plássið, krevur tað nógva mið­v ísa venjing. Eg hevði hoyrt, áðrenn eg fór niður til Danmarkar at lesa, at tað var kropsliga sera strævið at lesa ítrótt og venja nógv við síðuna av, og tað er ongin loyna. Vit gera ítrótt í skúlanum 12 tímar um vikuna, og tá eg eisini venji fimleik 6 dag­ar­um vikuna, kann tað gerast rættiliga stræv­ ið. Tá tú venur so nógv, kann tað til tíð­ir gerast torført at finna tíð til at gera øll skúlatingini, og tað krevur tískil, at tú dug­ir at skipa organisera dagin. Disciplin er helt vist sikkurt ein eginleiki, sum eg havi fingið frá ítróttinum. At hava íðkað ítrótt tað mesta av mínum lívi er heilt sikk­ urt ein stórur fyrimunur fyri meg nú, tá eg lesi ítrótt. GÓÐAN STUÐUL Tá eg nú venji so nógv við síðuna av lestri­ num, má eg sjálvandi eisini velja onn­ur ting frá, millum annað pengar. Eg eri venjari 2 tímar um vikuna í høllini, har eg venji, men annars havi eg ikki tíð at arbeiða við síðuna av lestrinum. At venja so nógv krevur nógva orku, og tann ork­ an kemur millum annað frá mati. Eg má tískil eta nógv meira enn ein, ið ikki íðk­ar ítrótt, og tað er ikki heilt bíligt. Tað hjálp­ir mær tí sera nógv, at eg fái fullan stuðul heimanífrá, og uttan tann stuðulin hevði eg ikki kunnað vant líka nógv, sum eg


ØSSUR DEBES EIRIKSFOSS geri. Tryggingarfelagið Føroyar valdi at stuðla mær fyri 2013 og 2014, og tað hjálpir eisini væl. Ein stóran part av ári­num, tá kappingar eru, má eg halda meg rúsfrían, og tað kann vera eitt sind­ur keðiligt óinteressant til tíðir, tá bæði klassakammeratar og vinfólk fra í bý­in um vikuskiftini. Tey allarflestu, sum eg lesi saman við, eru antin steðg­­aði ella hava skorið nógv niður upp á teirra frítíðarítriv, nú tey eru farin undir útbúgving, tað eru tískil

ikki nógv, sum eru í somu støðu sum eg. Nakrir av fimleikarunum, sum eg venji við, eru í somu støðu sum eg, so vit plaga ofta at fylgjast.

nýggjar avbjóðingar

Síðani eg flutti niður at venja, havi eg fingið nógvar nýggjar avbjóðingar út­fordr­ingar og nýggj mál at røkka, mill­um annað at kvalifisera meg til EM og HM og kappast ímóti heimsins bestu fimleikarnum. Eisini havi eg

ment meg nógv, og tað er hiðani her moti­vatió­nin kemur. So leingi eg havi mál at røkka, og eg menni meg, haldi eg tað vera stuttligt at gera fimleik, og so leingi eg haldi tað vera stuttligt at gera fimleik, haldi eg á.



ÚT Í HEIM 136 Frá Hawaii til Thailands 140 Kina 142 Medisin í Póllandi 144 Holland 146 Skotland 148 Týskland 150 Norra 152 Skiftislestur í Argentina 154 Skriftislestur í Brasil 156 Mítt ævintýr í Arktis


lestrarhjálp út í heim

» lestur í øðrum londum

» LESTRARSTAÐ – Salaya, Bankok í Thailandi

Navn: Ester Vang Lesur: International virksomhedskommunikation - europæiske

Hawaii til thailands

frá

studier & enskt á Copenhagen business School Aldur: 24 Bústaður: Keypmannahavn

Navn og aldur:

Pætur Larsen, 29 ár

Hvaðani úr Føroyum ert tú?

Uppvaksin í Tórshavn og Porkeri. Hvar býrt tú ?

Nú búgvi eg í Salaya, eitt sindur vestan fyri Bangkok, í Thailandi. Hvat lesur tú?

ÚT Í HEIM Ester Vang hevur samkipa allar greinarnar í hesum partinum av Fjølnir. Vónandi geva greinarnar ungum føroyingum hug og dyrvi, at fara út í heim at nema sær útbúgving. Góðan lesihug :)

136 — Fjølnir2014

Eg studeri “Bachelor in Administration”, við fokus á “International Business.” Hóast skúlin er thailendskur, so fer útbúgvingin fram á enskum. Skúlin, eitur Mahidol University, og her ganga fleiri enn 20.000 næmingar tilsamans, ímeðan deildin, eg gangi á, er ensk og eitur Mahidol University International College (MUIC), og her eru einir 3.000 næmingar. Hví valdi tú at fara til Thailands at lesa?

Eg valdi at lesa innan handilsskap í Thailandi, ikki bert fyri at nema mær eina útbúgving, men eisini tí eg hevði áhuga at læra eina nýggja mentan og mál. Áðrenn leiðin gekk til Thailands, var eg

fyrst staddur í Hawaii og studeraði. Tað var festligt at surfa, og at vera á strondini, men eg fann skjótt útav, at hetta ikki var júst tað, eg vildi í 4 ár. Tá eg síðani fekk møguleikan at fara sum skiftisnæmingur til Thailands, tók eg beinanvegin av. Bangkok var nakað heilt annað, og mær dámdi so væl, at eg gjørdi av at taka ein steðg frá míni útbúgving í Hawaii, so at eg kundi fáa ta nýggju útbúgvingina í Bangkok góðtikna av SU. Árið eftir bleiv eg so fulltíðar studerandi í Bangkok. Hvussu dámar tær at lesa í Thailandi og hvørjar eru størstu avbjóðingarnar?

Sum eg longu havi nevnt, so er nógv ting annaðleiðis enn heima í Føroyum. Tann sterki maturin, hvussu fólk samskifta, mentanin eru øll annarleiðis. Ikki er at gloyma, hvussu nógv folk búgva her. Tað verð­­ur mett, at eini 15-20 milliónir folk búgva í Bangkok, sum er stórur mun­­ur á Tórshavn við umleið 20.000 og Porkeri við umleið 350 fólkum. Ein má gera seg kláran til av­bjóð­ing­­ar, sum koma við, tá útbúgving skal takast her. Tíð­­ar­ mun­urin á 6 og 7 tímar, alt eftir summ­ari og vetri, og tann langa leiðin at ferðast heim.

vitja okkum á: mfs.fo


Hetta ávirkar bein­ an­ vegin samskifti við familju, vinir og kenn­ ingar. Tað kann blíva torført at hava samskifti. Ein onnur avbjóðing fyri folk, sum ætla sær til Thailands, er eitt sindur av roksi og papírarbeiði við myndugleikarnar viðvíkjandi visum og uppihaldi. Ein fyri­mun­ur við at lesa uttan fyri norður­lond er, at ein verður noyddur at læra nýtt. Tað gevur tær eitt anna sýn upp á lívið, bæði persónliga, men eisini hevur hetta týdning, tá tosað verður um arb­eið­s­­marknaðin í Føroyum. Hvørji ráð vilt tú geva øðrum, ið umhugsa at lesa í Thailandi?

Um onkur kundi hugsað sær at lisið í Thailandi, og útbúgvingin ikki longu er góðkend av SU, er tað sera um­ ráðandi at fáa hesa góðtikna í góðari tíð. Tað kann taka eini 6-9 mánaðir at fáa øll tey røttu skjølini uppá pláss. Tá slíkir trupulleikar hava stungið seg upp, so hevur hjálpin verið kærkomin, sum eg havi fingið frá bæði Holger Arnbjerg á Altjóða Skrivstovuni og eisini STUDNI. Leggjast kann afturat, at hevði SU í Danmark arbeitt líka effektivt sum føroyingarnir, hevði tað verið minni torført at byrja útbúgvingar uttan fyri norðalond.

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

Hvørjar førleikar hevur tú fingið við at lesa í Thailandi?

Umframt alla mina útbúgving so havi eg eisini lært nógv í míni frítíð. Tá ein nú hevur búð í Thailandi eini 3 ár tilsamans, so byrjar ein betri at kenna mál og mentan, eisini úr øðrum mentanum og londum. Eg havi fingið nógv nýggj vinfólk. Í desember 2013 vóru vit nøkur, sum hildu jól saman her í Salaya. Vit vóru 9 fólk savnaði, og vit tóku øll onkran mat við. Eg gjørdi rís a´lamande, og yngri beiggi mín, Filip, sum nu eisini er lesandi her í Bangkok, bakaði breyð. Vit øll komu ymsastaðni av knøttinum: USA, Sveits, Italia, Pakistan, India, Nepal, Thailandi og Føroyum. Tað at hava vinfólk frá so ymiskum bakgrundum hevur verið sera læruríkt.

Hvat brúkar tú frítíðina til?

Í frítíðini dámar mær væl at vera saman við beiggja mínum og vinum her í leið. Tá eg ikki studeri og havi tíð og orku, so dámar mær at lesa bøkur, íðka ítrótt, spæla eitt sindur av tónleiki og samskifta heim til Føroyar.

Hvat kundi tú hugsað tær at arbeitt við aftan á lidnan lestur?

Eg valdi sera bevíst at lesa innan altjóða handil, men tað at hava lisið í Thailandi hevur nú opnað nakrar dyr, sum kanska ikki hvødu verið møgu­ lig­ ar, um eg las handil í til dømis Keypmannahavn.

árgangur 02 — 137


út í heim » lestur í øðrum londum

Navn og aldur: Dánjal Rói Olsen, 23 ár Hvaðani úr Føroyum ert tú? Av Argjum Hvar býrt tú: Sydney, Avstralia Hvat lesur tú? Eg eri júst vorðin liðugur við mín Bac­h­ elor of Business har eg hevði 8 fak í tvey se­mest­ur. Hví valdi tú at fara til Avstralia at lesa? Eg valdi at fara til Avstralia, tí eg hevði brúk fyri nýggjum avbjóðingum og upp­ liv­ing­um. Eg visti, tá eg las míni fyrstu 2 ár í Keypmannahavn til adm­ini­stra­ ti­ons­­økonom, at eg vildi sleppa til eitt enskt­talandi land fyri at koma at duga betur enskt. Eisini visti eg, at eg vildi royna at liva í einum heitari veðurlag við summari so at siga árið runt. Tað kundi so ikki vera Bretland, ei heldur Kan­ada, Nýsæland ella Suðurafrika. Tí mátti tað blíva antin USA ella Avstralia. Og so brádliga møtti eg einari danskari gentu, ið hevði tikið eitt ár oman á sín 2 árs lesnað í Danmark fyri at full­føra sína bach­­e­­lor út­búgving. Hon hevði lisið á ein­­um universiteti í Sunshine Coast í Queens­­ land, Avstralia. Hvat viðvíkur veð­­ rið kundi hetta ikki ljóðað meira lov­­andi. Eg fór so í holt við at kanna og søkja, og tað skuldi vísa seg at vera sera drúgt. Av tí at útbúgvingin hjá mær í Keyp­manna­havn var ein sera nýggj út­ búgv­­ing, mátti eg fáa universitetið niðri at umseta ein langan samandrátt um út­­búgv­­ing­­ina og fakini. – Og síðan at

138 — Fjølnir2014

» LESTRARSTAÐ – AVSTRALIA, SYDNEY skriva eina rúgvu av teldupostum aftur og fram og fáa øll míni fak góðkend av Uni­­versi­ty of the Sunshine Coast (stytt: USC). Men í endanum av 2012 kom alt uppá pláss, og eisini fekk eg damu mína, Monu, við mær Down Under at búgva í eitt semestur. Hvussu dámar tær at lesa í Australia? Hóast sín unga vesturlendska aldur er Av­­stral­ia, ið er so ótrúliga stórt – sætta størsta land í heiminum – fjølbroytt frá staði til stað, hvat viðvíkur mentan, veður­­lagi, møguleikum o.ø. Tí vil mín met­­ing sjálvandi í mest vera galdandi fyri Sunshine Coast. Sunshine Coast ligg­­ur í syðra parti av Queensland, ein tíma (við bili) norðan fyri býin Brisbane og tveir tímar norðan fyri Gold Coast. Har búgva smá trý hundað túsund fólk. Fólkið er spreitt út á ymsar minni part­­­ar, og tessvegna er hetta ikki staðið fyri teg, um tú hevur tørv á stórbýarlívi. Har eru nógvar ótrúliga flottar strendur, og náttúran er eisini sera rík og vøkur. Veður­­­lagið er tropiskt, og eg lúgvi ikki, eg havi havt sól og summar frá januar til de­s­em­ber.

Á University of the Sunshine Coast, ið er eitt sera nýtt fróðskaparsetur, ganga næst­­an 10.000 næmingar, og tað veksur al­­samt fyri hvørt ár. Umstøðurnar, m.a. tøkni­ ligir hentleikar, eru av tí sama fram­ úr, og sera tilvitað hava tey valt at hava grasfløtur, pálmatrøð og fríar keng­ ur­ ur millum teir stóru bygn­ ing­ ar­nar. Henda heildin eggjar heilt víst út­­lend­­sk­um næmingum at nema sær út­­búgv­­ing her. Fyri meg var alt hetta at byrja við sera veruleikafjart, og tann ek­­sot­­iska og náttúruvinarliga tilveran á fróð­skaparsetrinum gjørdi, at eg fekk íblást­ur og kundi brúka fleiri tímar á “camp­us”, sum tað verður sagt, og gera mítt skúlaarbeiði. At sita undir einum pálma­træi og eygleiða kengururnar frá ein­ari terrassu og skriva uppgávur við full­ari atgongd til alnet og streymveiting, með­ an sólin fer niður... Nógv meira kundi hesin føroyingurin ikki ynskja sær. Fyrilestrarhaldararnir og lærararnir í mín­um fakum hava í miðal verið heilt góð­ ir. Flestu av teimum hava sjálvir prak­­t­­isk­ar royndir og kunnu ofta gera fak­­liga teori sera ítøkiliga við at seta í sam­ band við egnar vinnulívsroyndir.

vitja okkum á: mfs.fo


lestur í øðrum londum « út í heim

Sum eg skilji á øðrum næmingum, er støð­ið skiftandi millum útbúgvingar. Tí kann tað, áðrenn farið verður at søkja á ávís fróðskaparsetur, vera eitt gott hug­ skot t.d. gjøgnum facebook at seta seg í samband við núverandi næmingar og seta teimum spurningar. Tað eru altíð bólk­ar á facebook fyri fróðskaparsetur, har næmingar kunnu ráðgeva hvørjum øðr­um og upplýsa. Um tú vilt búgva á campus, eru flott íbúðar­støð til næmingar, har tú hevur eg­ið kamar og býtir køk og stovu við aðrar næmingar. Tey eita UniCentral, Varsity og The Village. Á hesum støð­­ um er eisini atgongd til flottar svimji­ hylar, fitnessmiðstøð, tennis- og kurva­ bóltsvøllir og beachvolley. Har eru poolborð, stórir flatskermar, barr og dansistað, meðan reingerðingsfólk og vaktir eisini eru á økinum. Hetta eru sera góðar umstøður fyri at læra onn­ur at kenna og møta fólki úr øllum heims­ horn­um. Og um tær dámar at ballast, er ikki ein dagur í vikuni, har tú ikki finn­ur næmingar, ið drekka. Tá alt tað er sagt, so er prísurin eisini hareftir, og av hes­ari orsøk valdu Mona og eg at finna eina bíligari loysn – eina felagsvilla, ið vit høvdu saman við øðrum lesandi, flest av hesum úr Avstraliu. Tað var ein góð loysn, eisini tí eg kundi vera meira fokuseraður á lesnaðin. Tá eg so fekk fleiri vinir, ið búðu í áðurnevndu næm­ inga­ íbúð­ um, hevði eg lætta atgongd og kundi samstundis halda eina góða javn­vág millum lesnað og tað sosiala. Í frítíðini er nógv at takast við. Eitt frí­ tíð­ ar­ ítriv, ið sera nógvir útlendskir næm­ingar seta sær fyri at hava við síð­ una av lesnaðinum her, er surfing. Sum eg nevndi frammanundan, eru strend­ ur­nar ótrúliga vakrar, og aldurnar eru ikki verri. Eisini eru fleiri, ið nýta høvi at ferðast í eitt langt vikuskifti, tá tey í

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

sín­um skema t.d. hava frí mánadag og týs­dag. Tí tað er ikki so langt til nógv um­talað støð sum Frasier Island, Early Beach, Gold Coast og Byron Bay. Um tú hevur brúk fyri at síggja skýskravarar og uppliva stórbýarlívið, so er Brisbane bara ein tíma sunnan fyri við toki. So møguleikarnir eru næstan óenda­­ ligir, og tí er tað ómøguligt at koma runt alla­staðni, tá lesnaðurin jú eisini er nokk so týdn­ingarmikil. Hvørjar eru størstu avbjóðingarnar? Treytað av, hvussu tú ert sum persónur, og hvørjar førleikar tú hevur, serliga í ensk­um, so eru avbjóðingarnar skiftandi. Fyri tað fyrsta ert tú allarhelst einasti før­oy­ing­urin á universitetinum. Men tá eg sjálvur hevði damuna við tað fyrsta hálva árið og sá hana hvønn dag, var ringt at leingjast nógv heim. Men at vera eins­a­mallur føroyingur kann vera bæði gott og ringt. Tað kann vera hart í fyrsta um­fari, tí tú verður noyddur at finna tær nýggj­ar vinir úr øðrum londum. Am­ eri­ kanarar, týskarar, fransmenn, sviar osfr. hava vanliga góðan hug at finna saman í egnar vinabólkar frá byrj­an og tosa sítt egna mál. Hinvegin hev­ur tú einstaklingarnar, ið síggja vinn­ ing­ in í at skapa vinabond við fólk úr øðr­um londum. Men sjálvt tá tú finnur góð­ ar vinir, kanst tú føla teg eitt sindur einsa­ mallan, tí tað tekur tíð at knýta tøtt vinabond, tá ymiskleikin í mentan og enski málførleikin standa ímillum sum tær stóru avbjóðingarnar. Tó sum frá líður, stendur føroyingurin sum vinn­ari, tí tú verður noyddur at seta teg inn í útlendskar mentanir og samskifta á enskum hvønn einasta dag; har er

eing­in umvegur, og treytaleyst gerast tín inn­living og títtenska betri og betri. Og júst hesir báðir vinningar, at kunna vísa inn­living í aðra mentan og samskifta á enskum er so ótrúliga dýrabart fyri tína framtíð, har alheims­ geringin og tørv­ ur­in á fólki sum tær í landsstýring og vinnu­lívi er vaksandi. Tað er ei heldur utt­an orsøk, at enskt verður sipað til sum Lingua Franca – heimshandilsmálið. Hvørji ráð vilt tú geva øðrum? Legg nógva orku í at fyrireika. Kanna so nógv, sum tú kanst um universitetið við at leita á teirri heimasíðu og leita eftir viðmælum á google osfr. Finn út av, hvørja vegleiðing og hjálp ymiskir lestrar­bólkar so sum Kilroy Education kunnu veita tær um uttanlandslesnað og ávís fróðskaparsetur. Sjálvur brúk­ti eg Kilroy Education sum eitt mill­­um­­­ lið í samskiftinum við USC. Kanna, hvat kostnaðurin er fyri at lesa á universitetinum, og vita, hvussu nógv­­an stuðul tú kanst fáa frá Studna, SU osfr. Tað ber eisini til at søkja um legat. ÚSUN kann, um fróðskaparsetrið verð­ur góðkent af SU, gjalda 40.000 DKK fyri hvørt semestur. Skúlagjaldið á mín­ um universiteti kostaði væl meira. Tess­vegna mást tú vera klárur til at gjalda nógv­ar túsund krónur fyri lesn­ að­ in her í mun til til dømis lesandi í Dan­ mark, ið einki beinleiðis skúlagjald skulu gjalda. Royn og legg títt skema, so at tíni frí­ tíð­ arítriv, arbeiði osfr. passa inn og um­vent. Eitt av teimum bestu ráð­u­num, ið eg las meg fram til um uttan­lands­lest­ ur, áðrenn eg fór avstað, var at hava fult fokus á skúlan fyrsta semestur og bíða við at arbeiða, júst hetta tók eg til mín.

AVSTRALIA

árgangur 02 — 139


út í heim » lestur í øðrum londum

Navn og aldur: Jóhanna Magnusardóttir, Aldur: 21 Hvaðani úr Føroyum ert tú? Hoyvík Hvar býrt tú? Ningbo, Kina Hvat lesur tú? Eg lesi bachelor í altjóða viðurskiftum og kinesiskum á University of Nottingham Ningbo China (UNNC), sum er ein deild hjá bretska University of Nottingham. Vit lesa á enskum og eftir bretskari skipan, og prógvið verður júst tað sama, sum tey, sum lesa í Nottingham, fáa. Hesin tryggleikin hevur stóran týdning, tí so letur prógvið eisini hurðar upp í vesturheiminum. Hví valdi tú at fara til Kina at lesa? Eg og sjeikurin valdu at fara til Kina at lesa, tí nógv bendir á, at Kina er framtíðin. Tað er hesin partur av heiminum, sum nú mennist við nógvari ferð. Okkum dámar eisini væl at ferðast og uppliva, so at fara til Kina at lesa var at fáa tvær flugur í einum smekki. Vit síggja eisini nógvar møguleikar, nú tær almennu Føroyar tosa um at lata upp sendistovu í Beijing, og kinesarar vísa tí arktiska økinum stóran áhuga. Hvussu dámar tær at lesa í Kina? Vit høvdu verið á fjakkaraferð í Asia, áðrenn vit komu til Kina at lesa, so mentanarhvøkkurin var ikki so øgiligur. Vit vistu í ein ávísan mun, hvat væntaði okkum, hóast vit hava lært nógv síðani tá. Vit búgva á campus millum aðrar altjóðanæmingar við øllum hugsandi tjóðskapi og bakgrund. Kinesararnir, sum

140 — Fjølnir2014

búgva í bygningum fyri seg, eru eisini úr øllum Kina – stórum býum sum smáum fjarskotnum bygdum. Fólk eru opin, og vit trívast væl saman við bæði altjóða- og kinesiskum vinum, hóast kinesararnir ikki allir duga so fantastiska væl enskt. Tann bretska útbúgvingarskipanin er tó nakað øðrvísi enn tær norðurlendsku, og viðhvørt fílast vit á, hvussu konservativ skip­an­in er, og at lærararnir hoppa uppum, har garðurin er lægs­tur. Hetta tykist tó ikki bert vera ein trupulleiki her, men tykist tíverri vera ein heldur almenn professara-sjúka, hó­ast undantøk eisini eru. Smittan kann heldur ikki sigast at vera eitt kinesiskt fyribrigdi, tí læraralandslagið á UNNC er ógvu­ liga altjóða. Hvørjar eru tær størstu avbjóðingarnar við at lesa í Kina? Tað er altíð ein avbjóðing at byrja á universiteti – um tað so er í Føroyum, Danmark ella Kina. Vit høvdu nógvar prak­tisk­ar byrjanartrupulleikar sum, at vit bæði ikki sluppu at búgva saman, at ÚSUN ikki kom fram (Studni hevði tó ikki ábyrgd­ ina av hesum. Tey hava verið fyrimyndarlig!), og vit fingu tískil ikki skrásett okkum á universitetinum, sum aftur merkti, at vit ikki fingu bøkur, tímatalvu o.s.fr. Haraftrat var tað eitt baks at fáa SU í lag, tí vit eru fyrstu fulltíðarlesandi á UNNC úr tí danska kongaríkinum. Við eitt sindur av tolni og treiskni fingu vit tó hesar trupulleikar loystar. Í gerandisdegnum eru vanlig viðurskifti sum at fáa inter­ net- og telefonhald ein avbjóðing, tí vit tosa enn ikki nóg væl kines­iskt, og handilsfólkini duga vanliga ikki meiri enn fimm

vitja okkum á: mfs.fo


lestur í øðrum londum «

orð á enskum. Tað kann vera eitt sindur eyð­ mýkj­ andi ikki at megna at loysa ein­faldar trupulleikar sjálvi, men mann má bara bíta tað í seg. Tá er gott at hava kinesiskar vinir! Ein onnur avbjóðing er, at tey flestu altjóða lesandi, sum eru her, eru bert eitt ár, meðan vit taka eina heila út­búgv­ ing upp á trý ár her. Eisini fara nógvir av ki­nes­ar­u­n­um sum skif­t­ is­­næm­ing­ar aðra­sta­ð­ni. Tað vil siga, at vit aftur komandi ár skulu finna okkum nýggj vinfólk, men tað veksur eisini um netverkið.

út í heim

skúla­­kost­­nað­ur­in ikki upp um tað, sum ÚSUN rind­­ar, so her ber til at liva ógvu­liga væl, ferðast og uttan at taka lán. At liva her er eisini eitt sindur av ein­um ævintýri í sær sjálvum, umframt at tað ikki er langt at fara til ferðamál, ið annars eru heldur trupul at koma til úr Føroyum. Við at lesa í Kina fáa vit ein lær­dóm, sum ikki van­­liga fast í Føroyum ella í Danmark, samstundis sum vit taka eina vítt viðurkenda útbúgving. At læra kinesiskt er bert tann mest eyðsýndi førleikin, men vit læra eisini at umgangast kinesarar og fremmandar mentanir sum heild. Hetta er lærdómur, sum illa kann lesast í bókum. Haraftrat gerast vit meiri sjálvstøðug og læra okkum sjálvi betur at kenna. Úti í stóru verð mugu vit bara standa á egnum beinum, tí eingin annar fer at lofta okkum.

KINA

Hvørjir fyrimunir eru við at lesa í Kina? Ein fyrimunur er, at tað ikki er neyðugt at leita leingi eftir bústaði, búgva á sofum ella framleiga. Skúlin hevur sum nú er nokk av plássi til allar næmingarnar, og fyri luksusdjórini er tað heldur ikki trup­ult at finna íbúð uttan fyri campus. Eis­ini er ógvuliga bíligt at liva, so SU røkk­ur langt. Í mun til summi onnur uni­ versi­ tet uttan fyri kongaríkið fer

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

Hvørji ráð vilt tú geva øðrum, ið umhugsa at lesa í Kina? Hóast tað væl ber til at gera sum vit

og als einki kinesiskt duga áðrenn, so verður lívið lættari við at duga eitt sindur áðrenn. Meiri tú dugir áðrenn, hægri støði kanst tú byrja á her. Byrjanarstøðið ber eisini til at læra heima – tað er bara kanska ikki so lætt at læra í Føroyum, har undirvísing í kinesiskum ikki er serliga útbreidd. Vit vildu heldur ikki verið fjakk­ ara­ ro­ynd­ irnar fyri uttan. At búgva í Kina er avbjóðandi og hart sjálvt við fjakk­ara­royndum, ið hava hert okkum nógv – uttan tær hevði mótgangurin verið næstan ótolandi. Hvat brúkar tú frítíðina til? Í frítíðini eru vit nógv saman við vinfólki. Okkum dámar væl at gera mat og fara út at eta. Vit brúka í grundini eisini nógva tíð upp á at kjakast um og hoyra, hvussu viðurskiftini eru í londunum, haðani hini eru ættað. Tá vit eru móð av dagsins gerningi, slappa vit av við einum filmi ella eini sjónvarpsrøð – viðhvørt einsamøll og viðhvørt saman við øðrum. Hóast vit hava verið her í fýra mánaðir, eru enn nógv nýtt at uppliva, og vit gerast skjótt móð og krevja nógvan svøvn.

árgangur 02 — 141


út í heim » lestur í øðrum londum

Navn og aldur: Rebekka Blak, 24 Hvaðani úr Føroyum ert tú? Úr Havn Hvar býrt tú? Í Szczecin, Póllandi Hvat lesur tú? Medisin (lækni) Hví valdi tú at fara til Póllands at lesa?

Eg las fyrst sjúkrarøktarfrøði á Fróðskaparsetrinum, og tað dámdi mær sera væl; tað kann sterkt viðmælast! Men eg føldi, at tað var okk­urt, ið manglaði á ein ella annan hátt. Mítt miðaltal var ikki nóg høgt til at sleppa inn í Danmark, so eg mátti kanna hvørjir aðrir møguleikar, eg hevði, skuldi eg lesa tað, ið eg helst vildi. Eg hoyrdi um læknalesturin í Póllandi, og gjørdi av at royna tað, heldur enn at ganga og undrast á, hvussu tað hevði verið, um eg ong­antíð fór. Hvussu dámar tær at lesa í Póllandi?

Mær dámar væl. Tað er ótrúliga strævið, nógvar royndir, og sera nógv at lesa, og til tíðir kann tað kennast ógjørligt. Men eg royni at hyggja frameftir og taka ein dag í senn. Tað gongur altíð til endans. Hvørjar eru tær størstu avbjóðingarnar við at lesa í Póllandi?

Øðrvísi enn tað, ið tey flestu eru von við á universitetsstigi, so hava vit fulla møtiskyldu, og protokoll verður førd fyri hvønn tíma. Enntá um vit eru sjúk og hava læknaváttan, so skulu allir for­sømd­ ir tímar takast inn aftur. Hetta kann vera sera strævið, tí tað er ikki altíð lætt at fáa alt at hanga saman. Eisini hava vit sera nógvar royndir støðugt gjøgum árið (upp í fleiri um vikuna), ið skulu klárast. Um royndirnar ikki eru kláraðar, ella um vit hava forsømt onkran tíma, so sleppa vit ikki upp til próv­tøku; so greitt er tað. Og sleppa vit ikki til próvtøku, so sleppa vit ikki víðari til næsta klassatrin og mugu ganga lærugreinina um aftur. Har er eingin góða mamma at fara rennandi til, tíverri. Alt hetta ljóðar kanska ógvusligt, men tað er ikki so galið, hóast alt. Ein venur seg skjótt við tað, og tað er eisini ein hjálp til at lesa støðugt ígjøgnum árið, heldur enn at hava alt liggjandi til tær síðstu tvær tríggjar áðrenn próvtøkuna. Pólskt er eisini torført at læra, men tað kemur so við og við, og tey flestu læra tað neyðuga hampiliga skjótt. Undirvísingin er sjálvandi á enskum!

142 — Fjølnir2014

Hvørjir fyrimunir eru við at lesa í Póllandi?

Nú, tá ið tað er ein so stórur lesnaður, ið eg havi valt at fara undir, so haldi eg faktist, at tað er fínt at vera eitt sindur vekk frá øllum “freistingum” í Føroyum og Danmark. Eg kann sita her niðri í “frið” og lesa í Póllandi.

vitja okkum á: mfs.fo


lestur í øðrum londum « út í heim

MEDISIN Í PÓLLANDI Eisini er tað so deiliga bíligt at liva í Póllandi. Studn­ing­urin røkkur nógv longri, enn vit eru von við heima, og liviumstøðurnar eru faktiskt mun­andi betri enn væntað. So at siga øll búgva í egn­ari íbúð, og tær eru bæði størri og bíligari enn í Før­oyum og Danmark. Eitt annað, ið eg haldi, er ein fyrimunur við at lesa aðrastaðni enn í Føroyum og Danmark, er, at ein fer at kenna nógv onnur fólk ymsastaðnið frá. Nógv, ið flyta til dømis til Keypmannahavnar, enda sum oftast á Oyrasundskollegiinum, og har síggja tey næstan bara føroyingar, ið tey allarhelst kenna heimanífrá frammanundan. Alt gott um tað, eg hevði fegin kunnað tonkt mær tað eisini. Men tað er eisini spennandi at koma eitt sindur vekk frá síni “comfort-zone” og royna aðrar avbjóðingar. Hvørji ráð vilt tú geva øðrum, ið umhugsa at lesa í Póllandi?

Tað, sum eg vanliga sigi við fólk, ið umhugsa at lesa í Póllandi, er: “Far avstað, royn tað.” Ein miss­ur einki við at geva tí ein kjans, og tað er eitt hana­gleiv heim aftur til Føroyar. Um tað er nakar spurn­ingur um eitthvørt, so tosa við onkran, ið ant­in er lesandi, ella hevur lisið her. Umsóknin kann vera eitt sindur roksut at fáast við, so byrja í góð­ari tíð við at kanna, hvat skal sendast. Av tí at lesturin er á enskum, eru vit ikki bund­in til eitt ávíst mál. Við hesum meini eg, at vit kunnu fara ymsastaðni, kring allan heimin, og ikki vera bundin av málinum; nógv skilja medi­sinskt-enskt. Eisini hava allar okkara mongu royndir ígjøg­ num árið stóran týdning. Tær gera millum annað, at vit læra at arbeiða undir pressi alla tíðina. Hetta

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

hjálp­ir um áhaldni, ger at vit ikki geva upp, og ikki bukka undir av stressi so lættliga sum áður. Eg kann bara siga hetta av egnum royndum; roynd­ar-nervarnar eru blivnir munandi betri tey árini, sum eg havi verið í Szczecin. Hevur lesturin í Póllandi higartil havt nakran ávirkan á, hvørjum tú kundi hugsa tær at arbeitt við eftir lidnan lestur?

Eg havi enn ikki avgjørt, hvørjum eg skal arbeiða við í framtíðini; men eg havi gjørt mær nakrar tankar. Tó er hvør lærugrein so ymisk, og nærum alt er spennandi á hvønn sín hátt. Hvørja ferð vit fáa nýtt evni, so verða nýggjar dyr latnar upp, og alt broytist. Eg havi hoyrt fleiri siga, at tað, ið fólk siga seg ynskja at arbeiða við, tá ið tey byrja læknalesturin, er sjáldan tað, ið tað endar við. So eg eri spent at vita, hvussu mín framtíð sær út. Hvat brúkar tú frítíðina til?

Tá ið vit ikki eru í skúla ella lesa, so hugna vit okkum saman við hinum lesandi. Ítróttur er eisini nakað, ið tey flestu ganga upp í, og fleiri ganga á samu venjingarmiðstøð mitt í býnum. Í viku­skiftunum skipar ein samskiftisbólkur ofta fyri tiltøkum fyri okkum lesandi á ymsum dansi­ støð­um, tað er eisini væl umtókt. Berlin liggur bert 2 tímar vekk við bussi, so okkurt vikuskifti verð­ur brúkt har eisini. Sum flest onnur so fara vit vanliga heim í ferium. Hóast vit hava tað frá­líkt her, so er tað altíð gott at koma heim til Føroyar aftur.

árgangur 02 — 143


út í heim » lestur í øðrum londum

Navn og aldur: Femja Petersen, 34 ár. Hvaðani í Føroyum ert tú? Úr Kollafirði. Bústaður: Groningen, Holland Hvat lesur tú? Sálarfrøði. Hví valdi tú at fara til Hollands? At byrja við ætlaði eg mær til Íslands, tí mær dámar væl íslendingar, og so havi eg eisini deiliga familju har, men skúlin var ikki góðtikin av danska statinum, sum so eisini merkir, at ein ongan studning fær, so tað bleiv droppað. Og av tí, at eg ikki trívist í Danmark, og hevði verið runt um í Skandinavia og Onglandi, so vóru ymisk onnur støð í uppskoti, so sum San Fransisco, Írland, New Zealand og Holland (tí har kundi man lesa á enskum). Eg vildi fegin fara onkrastaðni, har fólk vóru eitt sindur meira frísinnaði fyri at víðka mín egna sjónarring meira. Og Holland leyk allar treytirnar, samstundis sum eg var rímiliga tætt Føroyum, sum eisini var týdningarmikið, tí eg elski míni nærmastu og kann ikki vera ov langt vekk frá teimum. Hvussu dámar tær at lesa í Hollandi? Fyri tað mesta dámar mær ótrúliga væl. Fólkaslagið í Gron­ ing­en er blítt og hjálpsamt. Fólk heilsa uppá hvønn annan, og tað er lætt at fella í prát við fólk. Hollendingar halda seg heldur ikki aftur við at tosa bart út, og siga hvat teir hava uppá hjarta. Tað er refreshing.

144 — Fjølnir2014

Universitetið sjálvt er gott á nøkrum økjum og minni gott á øðrum. Sjálv hevði mær dámað betur, um tey høvdu fleiri praktiskar greinar. Hvørjar eru størstu avbjóðingarnar við at lesa í Hollandi? Fyri mítt viðkomandi er tað absolutt statistikkurin! Hevur verið, og er framvegis, sera trupult at koma ígjøgnum. Eg tos­aði við eina, ið arbeiðir her á skúlanum. Hon segði, at Uni­versi­tetið í Groningen (RUG) hevur eitt tað hægsta støðið innan­fyri statistikk í enskari bachelor í sálarfrøði í heiminum. Hevði eg vitað av tí áðrenn, hevði eg nokk endað onkra aðra­ staðni, men soleiðis bleiv ikki. Eisini helt eg, at eg var rímiliga grov í enskum áðrenn eg byrjaði, men eg fann skjótt útav, at tað var eg yvirhøvur ikki. Tey fyrstu 2-3 árini mátti eg lesa umaftur, umaftur og um­­aftur fyri at skilja nøkulunda, hvat ið tað var, sum eg las. Men nú liggur betur fyri, og tað enska akademiska er á góðari leið. Eitt annað, sum vit føroyingar heldur ikki eru vanir við, er multiple-choice-royndir, og tað er tað fyri tað mesta her. Stør­sta avbjóðingin við tí til eina roynd er, at tú veitst væl, hvat svar­ið uppá ein spurning er, men ikki útfrá valmøguleikunum, tú hevur. Tað kann vera tricky, men hjá øðrum er tað lættari at fáast við. Hvørjir fyrimunir eru við at lesa í Hollandi ístaðin fyri DK ella FO? Hevði eg, tá ið eg byrjaði, kunnað valt at lisið í Føroyum, hevði eg valt tað. Men eg eri í dag glað fyri, at eg endaði her! Eg eri

vitja okkum á: mfs.fo


lestur í øðrum londum «

vaksin heilt ótrúliga nógv sum menniskja, bæði persónliga, og sum framtíðar sálarfrøðingur. Tey fólkini, ið eg havi hitt her, hava skumpað og flutt meg víða, og eg hevði absolutt ikki før­kað meg so nógv persónliga, um eg hevði verið í Føroyum ella Dan­mark. Serliga tí, at Gron­­ing­en er ein so altjóða býur. Her er ein rúgva av ymiskum fólka­­sløg­um við teirra mentanum og siðvenjum, sum er nógv øðr­­vísi enn í Norðurlondum. Eisini havi eg búð saman við fólki úr ymiskum tjóðum, og havi tí lært eina rúgvu um aðrar hugs­­unar­­hættir, aðrir mátar at gera ting uppá o.s.fr. Holland verð­ur ofta sett í samband við nakað frísinnað, og av tí sama dreg­ur tað eisini øll møgulig fólk og øðrvísi hugsandi til sín.

út í heim

stikk­støðið, ið ikki er neyðugt, um ein bert vil vera kliniskur sálar­frøð­ingur. Enska málið má ein helst eisini hava góðan kunnleika til, men tað haldi eg, at flestu ungu føroyingar hava. Eg eri uttan iva eisini blivin nógv meira tolerant av at lesa her av tí einklu orsøk, at eg eri umgird av nógvum ymiskum mentanum, hugs­unar­háttum og øðrum mátum at hugsa uppá, gera ting uppá o.s.fr.

HOLLAND

Hvørji ráð vilt tú geva øðrum, ið umhugsa at lesa í Hollandi? Hatta er ein góður spurningur. Tað eru eina rúgva av pappír­ arbeiði at byrja við. Eg kann so siga, at ein kann næstan onga­ staðni brúka Visa-kort. Flestu handlar loyva bert hollendskum penga­kortum, og fyri at fáa eitt slíkt, má man vera skrásettur, og fyri at vera skrásettur, má man hava ein bústað her. So tað fyrsta, man má gera, er at finna okkurt at búgva í. Men tað er ikki lætt. Her er dýrt, og nógv støð eru ófantalig. Umstøðurnar eru ikki líka góðar sum í Danmark. Men veit man tað, so blív­ ur man heldur ikki skuffaður. Skúlin sjálvur er eisini rættiliga research-orienteraður, og av tí sama hava vit innanfyri sálarfrøði ófantaliga høgt stati­

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

Hevur lesnaðurin í Hollandi higartil havt nakran ávirkan á, hvat tú kundi hugsa tær at arbeitt við aftaná loknan lestur? Bæði ja og nei. Eg vildi, og vil enn, fegin arbeiða sum kliniskur sálar­frøðingur, tað er ikki broytt, men eg vil fegin brúka eina djúp­ari holistiska tilgongd, ístaðin fyri tí meira siðbundnu práti-viðgerðina, sum eg seti í samband við kliniska fakið í dag. Kundi gott hugsað mær onkursvegna at samantvinna ymisk øki, so sum rørsluviðgerð, spiritualitet/higher consciousness o.s.fr. inn í viðgerðina. Hvat brúkar tú frítíðina til? Tá ið tú lesur á so høgum støði, verður ikki so nógv frítíð. Men fyri tað mesta fer frítíðin við hugna saman við vinfólkum. Okkum dámar væl at gera góðan mat saman og at diskutera aftur og fram um alt møguligt. So gangi eg eisini til ymiskar verkstovur, framsýningar, konsertir og dans.

árgangur 02 — 145


út í heim » lestur í øðrum londum

skotland

146 — Fjølnir2014

vitja okkum á: mfs.fo


lestur í øðrum londum « út í heim

Navn og aldur:

Sjúrður Hammer, 31 ár Hvaðani í Føroyum ert tú?

Tórshavn

Bústaður:

Glasgow, Skotland Hvat lesur tú?

Eg havi lisið lívfrøði, og geri PhD innan lívfrøði nú. Hví valdi tú at fara til Skotlands at lesa?

Eg hevði ein stórabeiggja, sum hevði lisið í Bretlandi, og ein vinmaður hjá mær tosaði um somu tíð sum eg at fara til Bretlands at lesa, so eg visti, at verðin var størri enn Danmark, og møguleikarnir vóru bara betri og fjølbroyttari enn dunnuhylurin í Danmark. Hvussu dámar tær at lesa í Skotlandi?

Sera væl! Eg flyti heilt avgjørt heimaftur til Føroya, men ein stórur partur av mær fer altíð at verða eftir í Skotlandi. Hvørjar eru størstu avbjóð­ingarnar við at lesa í Skotlandi?

Málið er helst størsta avbjóðingin, tí sjálvt um eg helt, at eg dugdi rímiliga væl enskt, so tók tað eina langa tíð at læra at tosa gerandisliga enskt, og at skriva stílar og tílíkt bleiv ikki lætt fyrrenn umleið eitt hálvt ár aftaná eg var komin her niður. Hvørjir fyrimunir eru við at lesa í Skotlandi ístaðin fyri í DK ella FO?

Tað eru ymiskir smærri praktiskir fyrimunir, so sum lægri kostnaðarstøði, so tann lestrarstuðulin man fær, røkkur nógv longri. Eisini hava flestu universitet eina bústaðartrygd, so at allir fyrstaársnæmingar hava rætt til

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

ein bústað. Hetta ger tað lættari at flyta til eitt nýtt stað og møta nýggjum fólki. Men eg haldi veruligu fyrimunirnir við at lesa í Bretlandi yvir DK ella FO eru, at tað er eitt veruligt internationalt umhvørvi, og orsaka av tí verður tað eitt ríkari lestrarupplivilsi, tí eins egnu meiningar um politikk, religión og hvat sum helst verða bjóðaðar av. Eg haldi hetta er sera mennandi, og er eisini við at geva ein sunnan eyðmjúkleika til, hvussu onnur fólk liva. Eisini lærir man enskt á ein máta, sum man ikki kann uttanfyri Bretland - vælvitandi um, at nøkur lestrartilboð í Danmark ganga fyri seg á enskum. Eg vil uppáhalda, at man lærir tað ikki líka væl, um man ikki tosar tað gerandisliga, sum man er noyddur, um man býr á staðnum. Hvørji ráð vilt tú geva øðrum, ið umhugsa at lesa í Skotlandi?

Eg haldi tað mest umráðandi er at taka av tilboðinum um kollegiikamar í fyrsta árinum, og at hugna sær í fyrsta árinum. Tí tað er her tú møtir fólki, og fært vinir fyri lívið. So eg haldi, at man skal royna at hava tað so skeg sum gjørligt tað fyrsta árið (men ikki for skeg heldur). Eg tori ikki at pástanda, at eg havi fingið meira fakliga vitan enn tey, sum hava lisið í til dømis Danmark, men eg haldi avgjørt, at tað er ein styrki, at eg ikki havi gingið á sama skúla sum 50 onnur hava gingið á. Eg rokni við, at tað, at man hevur unikkar erfaringar, er nakað sum sær positivt út, tá ið man skal leita eftir arbeiði. Hevur lesnaðurin í Skotlandi higartil havt nakran ávirkan á, hvørjum tú kundi hugsað tær at arbeitt við aftaná lidnan lestur?

Ikki rættiliga. Tað er kanska blivið meira fokuserað og greitt, men eg hevði nokk ætlað mær at blivið lívfrøðingur óansæð. Hvat brúkar tú frítíðina til?

Møtist við vinum - bæði føroyskum og útlendskum. Gangi til konsertir, á museum og mær dámar sera væl at ganga til gudstænastu í Glasgow Cathedral av og á.

árgangur 02 — 147


út í heim » týskland

Navn og aldur:

Rannvá Poulsen, 25 ár. Hvaðani úr Føroyum ert tú?

Av Argjum.

Hvar býrt tú ?

Bad Honnef í Týsklandi (nær við Bonn). Hvat lesur tú?

Tourism and Travel Management Hví valdi tú at fara til Týsklands at lesa?

Eg fór í 2008 til Týsklands at læra týskt, rætt og slætt. Tað fall mær altíð lætt at læra týskt í skúlanum, og mær dámdi tað eisini væl. Tí vildi eg til Týsklands at læra týskt enn betur. Søgan hjá Týsklandi, serliga tann parturin, ið hevur við Annan veraldarbardaga at gera og tíðina hareftir, hevur eisini altíð havt mín áhuga. Eg vildi tí eisini til Týsklands fyri at læra nútíðar týskarar og teirra

148 — Fjølnir2014

Mær dámar ótrúliga væl. Eg havi fing­ið nógv sera góð vinfólk og kenni meg væl her.

eru farin avstað aftur. Royndirnar sjálvar, hvussu tær eru uppbygdar, eru eisini avbjóðingar í sær sjálvum. Vit hava hvørja lestrarhálvu eina viku at fyrireika okkum í, har ongir fyrilestrar eru, og so hava vit tvær vikur at skriva allar royndirnar. Talan er viðhvørt um 11 fak innan 12 dagar. Tað er enntá komið fyri, at eg havi skrivað tvær royndir sama dag. Tá má mann simpelthen bara velja og vraka í mun til hvørjari roynd mann vil klára seg best í.

Hvørjar eru tær størstu avbjóðingarnar við at lesa í Týsklandi?

Hvørjir fyrimunir eru við at lesa í Týsklandi ístaðin fyri í DK ella í FO?

kultur at kenna og fyri at uppliva, hvussu Annar veraldarbardagi hevur merkt teirra lív fram til í dag. Tað fyrsta árið, eg var í Týsklandi, var eg au-pair og búði hjá eini týskari familju. Mær dámdi so væl, at eg avgjørdi at lesa har. Hvussu dámar tær at lesa í Týsklandi?

Tað er so heilt vist, hvussu lestrartíðin er uppbygd. Tað er heilt øðrvísi í mun til flest aðrastaðni í heiminum. Okkara lestrartíð gongur frá september til fyrst í februar og so aftur frá mars til síðst í juli. Hetta vil siga, at eg hvørt summar siti inni og lesi uppá og skrivi royndir, meðan tað eru 30 hitastig uttanfyri, og so komi eg ikki heim í summarferiu, fyrr enn øll hini næstan

Tú lærir eitt annað mál, og tú lærir eina aðra mentan at kenna. Tú verður noyddur at passa teg til samfelagið, av tí at tú ert einsamallur og ikki hevur aðrar føroyingar rundan um teg, sum t.d. í Føroyum og Danmark. Hetta ríkar ótrúliga nógv. Tú verður meiri opin fyri ymsum fólki og hugsanum og lærir eisini at síggja egið land og fólk frá einum øðrum sjónarmiði, av tí at

vitja okkum á: mfs.fo


lestur í øðrum londum « út í heim

tú nú hevur møguleikan at samanbera. Eitt eyka pluss er sjálvandi eisini veðrið, sum um várið og sumrarnar er ótrúliga gott sam­ an­borið við Dan­­mark og Før­­oyar, og so er eisini nógv bíligari at liva her.

fyrst og luttaka í fyrilestrum, áðrenn ein avgerð verður tikin.

sum eg havi fingið stóran áhuga fyri, er alt innan MICE og business ferðir. Í tí obligatoriska starvs­venjingarse­ mes­t­ri­­num valdi eg t.d. eisini at fara í starv­s­­­venjing hjá ein­­um Desti­nation Manage­­ment Com­pany í Barce­lona, ið hevur við júst hetta at gera, og tað hevur bara vakt mín áhuga enn meira.

TÝSKLAND

Hvørji ráð vilt tú geva øðrum, ið umhugsa at lesa Týsklandi?

Um tað ber til, vildi eg rátt teimum til at tikið eitt ár ella seks mánaðir fyrst á málskúla ella líknandi fyri at læra málið ordiligt, áðrenn byrjað verður. Hetta, serliga um lisið verður á einum týskttalandi universiteti. Um uni­­versi­tetið er internationalt, er tað minni umráðandi, so tá vildi eg rátt til bara at blaka seg útí tað. Tey almennu uni­versi­tet­ini kunnu vera ordiliga ring at hava við at gera, so um eitt tílíkt verð­ ur umhugsað, so vildi eg heilt sikk­ urt tilrátt at vitja universitetið

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

Tað, at eg nú dugi flótandi týskt, bæði munnligt og skrivligt, haldi eg, er ein fyrimunur í sjálvum sær. Týskland er eitt land, ið er búskaparliga væl fyri og væl umboðað í internationalum høpi. Tað eru nógvar fyritøkur, ið hava tætt og regluligt samband við Týs­k­land. Eg havi eisini lært at vera meira ambitiøs og ágrýtin, sum er eitt typiskt eyðkenni fyri týskarar. Hevur lesturin í Póllandi higartil havt nakran ávirkan á, hvørjum tú kundi hugsa tær at arbeitt við eftir lidnan lestur?

Hvat brúkar tú frítíðina til?

Nógv av frítíðini fer við at gera skúla­ ting. Eg plagdi eisini at spæla nógvan fót­bólt, men eftir ringan knæskaða eri eg givin við tí og eri nú akkurát byrjað at renna aftur og at fara í fitnesscenter. Tað dámar mær eisini væl. Annars brúki eg nógva tíð saman við vin­unum.

Tað hevur hann faktiskt. Eg eri enn opin fyri nógvum møguleikum, men eitt,

árgangur 02 — 149


út í heim » lestur í ørðum londum

Navn og aldur:

Laura Dahl, 24 ár

Hvaðani í Føroyum ert tú?

Eg eri úr Tórshavn

Hvar býrt tú :

Eg lesi í Namsos, Noreg Hvat lesur tú?

Eg lesið til sjúkrarøktarfrøðing. Hví valdi tú at fara til Noreg at lesa?

Eg valdi Noreg fyrst og fremst, tí at Noreg er eitt land, sum minnir nógv um Føroyar. Fólkið og náttúran. Eg havi roynt at lesa í København, men eg fall slett ikki til har. Namsos eitur býurin, har eg lesi, og har búgva einans 15 túsund fólk, so tað passar mær ógvuliga væl. Eisini var útbúgvingin øðrvísi bygd upp; har er útbúgvingin deilid upp soleiðis, at helvtin er praksis, og helvtin er teori. Hvussu dámar tær at lesa í Noregi?

Mær dámar øgiliga væl at lesa í Noregi, eg eri fallin ótrúliga væl til saman við manni og soni mínum.

150 — Fjølnir2014

Hvørjar eru tær størstu avbjóðingarnar við at lesa í Noreg?

Tær størstu avbjóðingarnar eru teir norsku prísirnir, tað er ikki møguligt, at vit bæði lesa í senn, uttan at vit taka lestrarlán. Matprísir eru høgir, og tildømis tá vit bæði og sonurin, sum er hálvt annað ár, skulu fara at svimja, kostar tað 210 NOK kr við student rabat. Hetta ger, at vit mugu ordiliga planleggja, hvussu vit skulu prioritera. Hvørjir fyrimunir eru við at lesa í Noreg ístaðin fyri í DK ella í FO?

Tað eru sjálvandi eisini fyrimunir við Noreg sum lest­rar­ landi. Her fáa vit barnakjekk hvønn mánaða. Og sonur okk­ara gongur í studentabarnagarðinum, sum vit eisini eru øgi­liga glað fyri. Um eg hevði valt at lisið í Føroyum, hevði eg ikki fingið líka nógv í studningi. Eg fái danskan SU, av tí at eg eri danskur statsborgari. Eg lesi til sjúkrarøktarfrøðing, og í Noreg tekur tað bert 3 ár at lesa til bachelor, meðan í Før­oy­um tekur tað 4 ár, og Danmark 3 ½ ár. Annars eru ikki so nógvir fyrimunur við Noreg í mun til DK, uttan tann vakra nattúran. Hvørji ráð vilt tú geva øðrum, ið umhugsa

vitja okkum á: mfs.fo


lestur í ørðum londum « út í heim

at lesa í Noregi?

NORRA

Um mann ætlar at fara til Noregs, vil eg heilt vist við­ mæla øðrum at søkja um danskan SU og syrgja fyri, at út­búgv­ ingin og skúlin eru á Fast track listanum. Fast track list­in er ein listi yvir góðkendar skúlar hjá SU. Um hann ikki er tað, má mann søkja í góðari tíð. Mann kann søkja tríggj­ar mánaðir, áðrenn man er sloppin inn. Eg visti ikki av hesum og mátti bíða 5 mánaðir eftir SU. Eisini vil eg mæla til at søkja um kollegium, tí tað er øgiliga dýrt at leiga íbúð. Okkara kostar 8000 kr um mánaðin. Vit fingu onga koll­e­ gie­­íbúð, tí vit søktu ov seint. Hvørjar serligar og almennar førleikar hevur tú fingið tær við at lesa í Noregi, og sum kunnu vera til fyrimuns

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

á arbeiðsmarknaðinum í Skandinavia (ella í FO)?

Nú lesi eg sum sagt til sjúkra­røkt­ar­ frøð­­ ing; útbúgvingin er góðkend og kann tí brúkast í øllum Skandinavia, eg dugi ikki akkurát at siga, um tað eru nakarir serligir førleikar, eg havi fingið í mun til onnur lestrarstøð. Hevur lesturin í Noregi higartil havt nakran ávirkan á, hvat tú kundi hugsað tær at arbeitt við aftan á lidnan lestur?

røkt­arfrøðingur er eitt deilt yrki. Og eg haldi, at tað er skjótt at síggja, í ein vissan mun, hvat mann heldur, er áhuga­ vert innan økið. Eg kundi væl hugsað mær at arbeitt sum kirurgisk sjúk­ rarøktarfrøðingur. Hvat brúkar tú frítíðina til?

Í frítiðini eri eg saman við familjuni, og so brúki eg einar 2-3 tímar til skúla­ting, men tað er alt eftir, hvussu tor­ ført evnið er. So havi eg eisini stovnað eitt hondbóltslið fyri áhugað í skúla­ num; vit eru milllum 20-30 til hvørja venjing. Annars ferðast vit nokkso ofta til Svøríkis, tí vi búgva tætt við, og har er bíligt at keypa mat.

Jú, lesturin hevur havt stóra ávirkan á, hvat eg kundi hugsa mær at arbeitt sum eftir lidnan lestur. At verða sjúk­ ra­

árgangur 02 — 151


út í heim » Argentina

Skiftisnæmingur í Buenos Aires, Argentina Navn og Aldur:

Annika Mouritsen, 27 ár Hvar í Føroyum ert tú frá?

Hoyvík

Bústaður:

Føroyar

Hvat lesur tú?

Søgu á Fróðskaparsetri Føroya Hví valdi tú at fara á skiftis lestur?

Eg vildi royna okkurt nýtt við at búgva og lesa í einum fremmandum landi.

152 — Fjølnir2014

Hvussu fall valið á Argentina?

Eg valdi at fara av­ stað­ umvegis norska fel­ags­skapin, Kultur­stud­i­er, sum í samráð við universitet á les­trarstaðnum, skipar fyri undir­vís­ing í ymiskum lærugreinum innan samfelags- og hug­ vís­­ indi í londum sum Argentina, Ghana, India og Viet­nam. Hetta eru støð man kanska ikki vanliga velur at lesa í, men hesi eru við til at gera lestrarumhvørvið heldur øðrv­ísi og ikki minst spennandi. Valið fall á Argentina orsaka av lærugreinini, Corporate Social Responsibility (CSR), ið eg helt ljóðaði sera áhugaverd. Hvussu dámdi tær at lesa í Argentina?

Mær dámdi ótrúliga væl. Argentina er best kent fyri tango, fót­bólt og Evitu Peron, men har er eisini nógv annað at upp­liva. Tað er ríkt bæði mentanarliga og søguliga. Og Bue­nos Aires sum lestrarbýur hevur nógv at bjóða. Har er altíð okkurt at fara til, so man hevði ikki tíð at keða seg.

vitja okkum á: mfs.fo


lestur í øðrum londum « út í heim

Hvørjar eru størstu avbjóðingarnar við at lesa í Argentina?

Ein tann størsta avbjóðingin var at fara avstað einsamøll uttan at kenna nakran frammanundan. Buenos Aires er eisini ein stórur býur og í byrjanini tóktist alt sera stórt og fremmant, men eftir eina tíð byrjaði eg at kenna meg heima. Tað kann eisini vera trup­ult tá ymiskar mentanir møtast, mis­skilj­ing­ ar kunnu lætt taka seg upp, serliga tá tosað verður á fremmandum máli. Eg dugdi sera lítið av sponskum áðrenn eg fór og argentinar eru ikki so stinnir í enskum, men tíbetur eru teir sera fittir og fyrikomandi og eg lærdi eisini skjótt so mikið av sponskum, at eg klár­aði meg í gerandisdegnum. Hvørjir fyrimunur eru við at lesa í Argentina ístaðin fyri DK ella FO?

Ein av fyrimuninum við at lesa í londum sum Argentina er, at tú fært innlit í eitt sam­felag, sum er heilt øðrvísi enn tað vit eru von við. Argentina er í tí støðu,

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

at tað er á markinum millum at vera eitt ídnaðar- og eitt menningarland. Hetta var nógv brúkt í undirvísingini, har vit sluppu at vitja ymiskar stórar fyri­ tøkur í Argentina, sum greiddu okk­um frá teirra arbeiði við CSR ella kanska mangul uppá sama. Tí tað, sum verður fatað sum CSR her um leiðir og hvat tey fata sum CSR er ótrúliga ym­ i­ skt. Og hetta var áhugavert at síggja og setti eisini tingini í ein størri sam­an­­hang. At lesa í einum tílíkum landi gevur tær eina aðra mynd av heim­­inum, sum eisini er við til at víðka tín sjónarring. Hvørji ráð vilt tú geva øðrum, ið umhugsa at lesa í Argentina?

Argentina er eitt land í stórari broyt­ ing,­so tað er gott at seta seg inn í nøk­ur­viðurskifti í landinum áðrenn tú fert av­ stað, so tú fært eina betri hóm­ing. Tó vil eg siga, at yvirhøvur at fara uttan­landa í eina tíð er ótrúliga gev­andi og læru­­ríkt. Eg vil viðmæla øll­um í hava møgu­ leika til tess at taka av.

Hvørjar førleikar hevur tú fingið tær við at lesa í Argentina, sum kunnu vera til fyrimun á arbeiðsmarknaðinum í Skandinavia ella í FO?

CSR er partur av einum altjóða rákið, sum vindur alsamt meira uppá seg og flestu stóru fyritøkur í heiminum í dag fáast við CSR. Rákið hevur ikki bert rakt útheiminum, tað er eisini vaksandi áhugi fyri CSR um okkara leiðir. CSR er eitt viðkomandi evnið og eg meti tað vera ein stóran fyrimun at hava vitan innan hetta økið. Hevur lesturin í Argentina havt nakra ávirkan á, hvat tú kundi hugsa tær at arbeitt við aftaná loknan lestur?

Ja, avgjørt. Eg havi leingi havt áhuga fyri altjóða viðurskiftum og eftir at hava lisið í Argentina, eri eg sannførd um, at tað er hetta eg ætli mær at út­ búgva meg víðari innan. Serliga haldi eg sambandið millum politikk og bú­skap vera spennandi.

árgangur 02 — 153


út í heim » lestur í øðrum londum

Skriftisnæmingur í Rio de Janeiro, Brasil

Navn og aldur:

Bogi Berg, 27 ár

Hvaðani úr Føroyum ert tú?

Eri føddur og uppvaksin í Tórshavn Hvar býrt tú?

Frederiksberg, Keypmannahavn, Danmark Hvat lesur tú?

Lesi Cand.Merc (Strategic Market Creation) og havi eitt Bachelor prógv í HA-Almen (Economics & Business Ad­mini­stration) Hví valdi tú at fara til Rio de Janeiro á skiftislestur?

Orsøkirnar til eg valdi júst at fara til Brasil, eru nógvar. Fyrst og fremst, so havi eg altíð viljað arbeitt ella lisið

154 — Fjølnir2014

uttan fyri Norðurlond. Eg havi tað við at keða meg, um mín gerandisdagur blív­ur ov einstáttaður. Eft­ir at hava lisið og búð í Danmark í 4 ár, var tíðin kom­in at royna nakað nýtt. Eg føldi tað, sum eg stóð á einum vegamóti, har eg hevði tørv á at vita, hvar og hvat eg vildi. Brasil er hinumegin heimin, og tey seinastu árini hevur nógv verið at hoyrt um, hvussu nógv samfelagið hevur tikið seg fram og ment seg. Eg las gjølla grein upp og grein niður og prát­aði við lesandi, sum høvdu verið í Brasil. Síðani setti eg meg í samband við lærustóvnin FGV í Rio, sum longu hevði samstarvsavtalu við mín læru­stóvn, CBS. Altjóða skrivstovan á FGV var sera jalig, og aftaná at hava handað teimum umsókn slapp eg inn.

So mann kann siga, at orsøkin til, eg valdi Brasil, Rio de Janeiro, var tí, at eg hevði tørv á at royna nakað nýtt, og næst tí at eg metti, at lestrartíðin hjá mær í Rio fór at hjálpa mær, tá eg skuldi út í vinnulívið. Hvussu dámdi tær at vera á skiftislestri í Rio?

Tað kann ikki skrivast við orðum, hvussu væl mær hevur dámt tað í Brasil. Hóast tað krevur fyrireiking bæði frammanundan, og ímeðan man er burturi, so er tað, mann fær burturúr, stríðið vert. Hvørjar VÓRU størstu avbjóðingarnar við at vera á skiftislestri í Rio?

vitja okkum á: mfs.fo


Ein av av­bjóð­ ing­u­num at vera á skiftislestri í Rio, er málið. Tað eru fá, sum duga at samskifta á øðrum enn portugisiskum. At finna stað at búgva er eisini ein avbjóðing, og sjálvandi eru fagligar avbjóðingar nógvar. Hvørjir fyrimunir eru at fara á skiftislestur í Rio?

Eg dugi ikki at síggja nakran fyrimun at verða verandi í Danmark. Tá tú ert á skiftis­ lesnaði, hittir tú lesandi frá øll­um heiminum, og tú fær royndir at lesa á einum øðrum lestrarstóvni. Tú knýtir nýggj vinarbond og lærir nýggj­ar mentanir at kenna. Tú lærir at passa teg til nýggjar umstøður, og sum heild lærir tú at síggja lívið úr einum nýggjum sjónarhorni.

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

Hvørji ráð vilt tú geva øðrum, ið umhugsa at fara á skiftislestur ella at lesa í Rio?

GER TAÐ! Tað er eingin nóg góð um­­bering fyri ikki at gera tað. Tað er ikki so torført, serliga orsakað av teimum stuðuls- og ráðgevingar møgu­leik­um, vit hava atgongd til frá ávíka­vist Studna, SU, CBS, KU og øðrum. At tríva í nakað nýtt og royna nýggjar karmar skal ikki undir­metast. Hetta hevur heilt víst ment meg og givið mær nýggj amboð. Viðvíkjandi fyrimunum á arbeiðs­ mark­naði­num, so havi eg við síðuna av lesnaðinum arbeitt í einari danskari fyritøku í Rio, sum hevur givið mær vinnuligar royndir.

H evur skiftislesturin í Rio higartil havt nakra ávirkan á, hvørjum tú kundi hugsað tær at arbeitt við eftir lidnan lestur?

Ja og nei, eg havi altíð viljað arbeitt við útflutningi, kunningartøkni og byrjað egna fyritøku. Hetta er framvegis ætlanin. Hvat brúkar tú frítíðina til, meðan tú ert í Rio?

Tað er ógjørligt at keða seg í Rio, tí tað er altíð okkurt á skránni. Aftan á skúla plagdu vit at fara á strondina at spæla fótbolt, flogbolt og futevolley. Um kvøldið var vanligt, at vera saman við vinum og nýta nakrar kaldar.

árgangur 02 — 155


út í heim » lestur í øðrum londum

Navn: Birita í Dali Lesur: stjórnmálafrøði Universitetinum í Keypmannahavn Búsitandi í Keypmannahavn

Mítt ævintýr í Arktis - Nordplus lestur Alla mína útbúgving havi eg vent radaran í ein norð­an, bæði umvegis lestrarstørv, starsvlestur og valum á universitetinum. Tá eg byrjaði á kandidatinum í stjórn­mála­ frøði, fóri eg av álvara at sóknast eftir nýggjum av­bjóð­­ing­um og royndum, og eftir eina ótrú­ liga spennandi várhálvu sum starvslesandi á Sendi­­stovu Føroya í Brússel vildi eg læra meira um fiskivinnu og tað arktiska økið. Hví Nordplus? Hví Tromsø?

Høvuðsendamálið hjá mær við at fara í skiftis­ lest­­ur var at taka viðkomandi val! Harafturat ynskti eg at lesa í nettupp tí økinum, sum mín akademiski áhugi fevnir um – nevniliga í Arktis. Og tað var gjøgnum Nordplus-skipanina, ið ið er ein avtala millum universitet í Norð­ ur­­lond­­um, at dyrnar blivu latnar upp til mítt arkt­iska ævintýr!

Valið fall á Tromsø, ið liggur norðast í Noregi, heilt á 68 breiddarstigum norður. Tromsø er størsti býurin í norðurlondum, sum liggur norðan fyri pólringin, og tað er einki at ivast í, at Noreg hevur gjørt Tromsø til sín arktiska høvuðsstað. Tromsø hýsitr ótrúliga nógvum stovnum og feløgum, sum gera seg galdandi í altjóða poli­­tikki og umsiting í arktiskum og norð­ur­ lends­ k­ um viðurskiftum, og nevnast kunnu Arktiska Ráðið og NAMMCO. Góðir lestrar­møguleikar í Tromsø

Í Tromsø er eitt stórt universitet við nógv­um útbúgvingarmøguleikum. Allar út­búgv­ing­ar­ nar eru savnaðar á einum stað, og karmarnir eru góir. Teir geva íblástur og styrkja eitt gev­andi lestrarlív til tey nógvu ungu, ið lesa í Tromsø.

Lær eitt land ella øki at kenna, fá vinir úr øllum heiminum, tak av nýggjum avbjóðingum og - ikki minst: styrk tína fakligu vitan við spennandi valum! Tað er nakað av tí, sum skiftislestur kann bjóða tær! - Eg sigi bara: Leyp út í tað!

156 — Fjølnir2014

vitja okkum á: mfs.fo


Sum lesandi gjøgnum Nordplus, ert tú ikki so bundin av tíni egnu útbúgving, og tú kanst velja nokkso frítt frá ymsum útbúgvingum, so leingi tú kanst grund­geva fyri, at tær eru við­ kom­andi. Eg hevði hesi fýra val

1. Russiskan uttan­ríkis­politikk við denti á Arktis – á stjórnamálafrøði 2. Altjóða fiskivinnuumsiting frá einum samfelagsligum sjón­ar­horni – á fiski­vinnu­há­skúla­num 3. Altjóða havrætt – á løgfrøði skúlanum 4. Noreg í Arktis á stjórnamálafrøði Hesi fýra valini spældu eftir mínum tykki, sera væl saman, og rættiliga við­ kom­ andi fyri meg sum føroyskur stjórn­ málafrøðingur. Stuttligt var eisini, at víst varð til Føroya oftari hetta hálvárið enn umvegis alla mína útbúgving í Danmark. Umframt góðar lestrarmøguleikar er tann livandi lestrarbýurin Tromsø eisini á tremur við fjølbroyttum frítíðartilboðum, alt frá fjøl­ broytt­ um býarlívi, fjallaklintring og vatn­rug­by til norðlýsjakstran, snorklan við hvalum og ikki minst til at standa á skí.

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

Lestrarhálvárið, sum byrjaði við ljós­­ um nætrum og svimjing í hav­i­num og endaði við myrkrum køld­­ um hug­­na­lig­um vetrardøgum, fari eg at minna­st sum eitt tað besta í mínum lest­rar­l­ívi. so til Murmansk – Russiska høvuðsstaðin í Arktis

Tá eg las í Tromsø, fall kjakevnið ofta á Russland. Tað var, eins og Russland and­ aði niður í nakkan á einum, og áhug­in fyri tíristastóra grannanum tók av álvara dik á seg. Og heldur ein seg framat og hevur eyguni opin, ja so roynir ein seg inn í nýggj­ ar møguleikar, og eg var so heppin at vera ein av tíggju frá uni­ versi­­tet­­i­­num í Tromsø, sum slapp við á vetrar­skeið í Murmansk, ið nevndist Arctic Russia – Language, Culture and Economy. Ótrúliga spennandi at vera tvær vikur í hesum sovjetiska býn­ um, sum er ein av teimum mest bumb­aðu russisku býunum undir øðr­um ver­ald­ ar­bardaga, verðins mest hern­aðarliga økið undir kalda kríg­num og í dag eitt av heimsins mest dálk­aðu støðum og heimið hjá beint yvir 300.000 russum og tí russiska flotanum.

Hvat fekk eg burturúr?

Eg fór eftir valunum í Tromsø, og tey hava heilt avgjørt verið sera gevandi og eisini sett dám á mín víðari lestur. At koma út og læra onnur lesandi við somu áhugamálum at kenna er eisni sera dýrabart. Umframt tað trúgvi eg eisini, at tað kann styrkja tín­ar arbeiðsmøguleikar, tá tú ert liðug við loknan lestur, tí fleiri stovnum dám­ar væl, um tú hevur verið og vitjað í øðr­um londum. Lestrarárini ganga skjótt, tíðarfreistirnar flúgva framvið!

So um tú hevur spælt tær við tank­a­ num um at fara at lesa í einum øðrum norð­ur­­landi, so sigi eg enn einaferð: Ger tað! Slóðir

Universitetið í Tromsø: http://uit.no/startsida Nordplus: http://www.nordplusonline.org

árgangur 02 — 157


HORNIÐ

Navn og aldur Valborg Heinesen, 27 ár Hvat lesur tú, og hvar lesur tú? Útbúgvin lækni í juni 2013, frá Pomeranian University í Szczecin í Póllandi. Í løtuni búgvi eg í Keypmannahavn, har eg arbeiði sum KBU-lækni á Orto­pæd­k ir­ug­i­ ska deplinum á Bispebjerg Hospital. Hvør er títt ítróttargrein? Langteinarenning Hví júst hesa ítróttargrein? Renning er ein sera einkult ítróttargrein; ein kann renna á øllum undirløgum, í øll­um veðri og so langt ella skjótt, sum ein hevur orku til. Mann kann renna ein­sa­mall­ur, tá tað passar einum, ella saman við øðr­um. Renning kann tí lagast til øll viður­skiftir, og tí passar hendan greinin eisini mær sera væl. Tá eg las, var tað ógvuliga ymiskt, hvussu dagarnir og skemaið hja mær var. Tá er tað gott at íðka eina grein, har mann sjálvur kann avgera, nær, hvar og hvussu venjingin skal vera. Við renning er tað eisini gott, at mann ikki er bundin av øðrum fyri at kunna venja. Mann hevur bert brúk fyri renniskógvunum. Eg eri blivin heilt bitin av renning og elski at renna. Tað er ringt at forklára, men eg føli meg ótrúliga fría, tá eg renni, og tað kennist onkuntíð næstan sum at duga at flúgva, tá mann rennir skjót intervall og følir seg lættan. Tað gekk rættiliga væl at renna yviri í Póllandi. Eg vann nógvar kappingar og umboðaði universitetið hjá mær sum langteinarennari. Eg umboðaði faktiskt eisini universitetið sum innandurarógvari og var Szczecin-meistari í 2011 og 2012. Men tað var mest renningin, ið lokkaði meg, og tað var tað, ið eg legði dent á. Til prógvahandanina fekk eg virðisløn fyri "Excellent Athletic Achievements" sum umbod fyri Pomeranian Medical University.

Siðan januar 2013 havi eg havt venjaran Jacek Kostrzeba, sum eg møtti eftir eini kapping i Goleniow. Vit tosaðu saman, og hann bjóðaði sær til at hjálpa mær eitt sindur og skipa venjingina hjá mær, tí hann helt, at eg kundi koma nokkso langt. Longu í mars 2013 setti eg føroyskt met á 15km, í apríl setti eg met í hálvum marathon. Í mai slapp eg longu á tað føroyska landsliðið og slapp eisini at vera við til Oyggjaleikir á Bermuda í 2013. Har kappaðist eg á 10.000m teininum og á hálvmarathon teininum og vann gull á báðum teinunum. Hetta var bert tvær vikur eftir, at eg hevði verið til síðstu próvtøku og fingið prógv sum lækni frá universitetinum, so sjálvsagt var tað eitt puslispæl bædi at lesa til tær síðstu próvtøkurnar, samstundis hava fullan dag á sjúkrahúsinum í Póllandi, ímeðan eg eisini skuldi venja á rættiliga høgum støði. Talan var um 2-3 tímar av venjing dagliga. Hóast tað var eitt puslispæl at fáa tað at hanga saman, so bleiv tað ongantíð nakar trupulleiki. Av tí at eg njóti at renna og elski renningina, so sá eg tað meira sum eina pausu frá lesnaðinum heldur enn eina byrðu. Nakað, ið gav mær meira orku til at fokusera á lesnaðin. Eg kundi vera ein heilan dag á sjúkrahúsinum, har eg møtti kl. 8 og fekk frí kl. 15-16, fyri síðani at koma heim at lesa eitt sindur. Men mann verður jú troyttur ígjøgnum dagin, og tað var gott at fara út og venja, tí tá eg so setti meg at lesa aftur aftan á eina góða og langa venjing, var tað við nýggjari orku. Hóast tað var fysisk venjing, so føldi eg, at eg fekk meiri orku til at lesa víðari út á náttina. Hvussu leingið hevur tú íðkað hesa ítróttargrein? Eg byrjaði at renna uml. 2010, og eg byrjaði at kappast uml. 2012 í Póllandi. Greið frá, hvussu tað er at vera ítróttarfólk Tað er eitt sindur ringt at siga, tí eg havi ikki roynt annað. Eg havi íðkað ítrótt,


VALBORG HEINESEN síðani eg var barn og havi íðkað nógvan ymiskan ítrótt. Eg havi spælt hondbólt og fótbólt í nógv ár, men sleit krossbandið og fór so at renna fyri ikki so langari tíð síðani. Nú eri eg ein av bestu rennarunum í Føroyum og liggi eisini væl fyri i Danmark. So tað gongur væl, tá hugsað verður um, at eg ikki havi runnið so leingi. Hvussu samantvinnar tú tað at vera rennari og vera lesandi? Eg havi altíð íðkað ítrótt, so eg hugsaði ikki so nógv um hvussu tað var at integrera ítrótt við lesnaðin og fáa tað at hanga saman, tað hevur ongantíð verið nakar trupulleiki. Tað hevur bara verið heilt natúrligt fyri meg. Eg haldi faktist at tað er eitt sindur

torførari at fáa tað at hanga saman, nú tá eg eri farin at arbeiða, av tí at eg arbeiði øgiliga skiftandi vaktir, bæði døgnvaktir og langar náttarvaktir. Tíðskil eri eg troytt á ein heilt annan hátt nu. Men sum lesandi, so haldi eg at tað kann heilt sikkurt viðmælast at íðka. Og man skal ikki vera bangin fyri at vera eitt sindur seriøs í ítróttarheiminum, ella at tad kemur at avirka lestnadin. Tvørtur imotir! Hvat fært tú burtur úr at vera lesandi og vera rennari, og passa hesi bæði saman? Orka og gleði, tí eg elski tað, sum eg geri. Eg elskadi ikki altíð at sita inni og lesa, men tá eg kombineraði tað við nakað, sum eg veruliga elski

og veruliga brenni fyri, so gevur tað orku til at gera tað, ið eg kanska havi minni hug til. Dagurin verður nokkso tungur, um mann bara ger tað, ið mann ikki tímir. Tað er ikki tí, eg ikki eri áhugað í minum faki, men eg helt tað bara ikki altið vera so spennandi at sita inni og terpa til próvtøkur og royndir. Tit kenna nokk til tað. Hvaðani fært tú tína drívmegi og motivation? Eg elski at spæla, og fyri meg er renning eitt sindur av einum spæli. Tú spælir við onnur á tann hátt, at tú kappast ímóti teimum, og tann besti vinnur. Tú vinnur eisini ein prís. Tað er tó ikki so nógv tað at vinna, ið drívur meg, tað er meiri spenningurin og spælið sjálvt. Eg elski renningina, meðan eg

»»»


HORNIÐ

renni. Nógv siga, at tað er so lekkurt aftaná, men eg njóti tað fakt­iskt, ímeðan eg geri tað. Tað drívur meg eitt sind­ ur longri, tá eg føli sýr­una í beinunum. So eru tað eisini dreymarnir. Eg eri ein droymari og elski at droyma. Og tá eg renni ein lang­ an túr, so fyristilli eg mær alt møguligt og droymi meg langt burtur. Eg hugsi um gerandisdagin, av­­bjóð­ing­ arn­ar, kapp­ing­ar­nar o.s.fr. Tað er ein fríløta, har eg eri full­­komi­liga einsamøll við mín­um tonk­um og havi møguleikan at hugsa ting­ini igjøgnum. Eg haldi eisini, at tá mann hevur succes í ítróttinum, tá fær sjálvsálitið eis­­ini eitt boost; mann sær, at mann kann væl, at tað harða arbeiðið gevur úrs­­lit, og at mann kann forbetra seg alla tíðina. Mann sær, at mann alla tíð­­ina kann gera tað eitt sindur betri, og so lærir mann eisini at innføra tað, til dømis til lesnaðin. Tá mann íð­k­ar ítrótt, lærir mann, at um mann ven­ur og leggur meiri orku í tað, so ger­ast úrslitini eisini betri. Tað lærir man so at innføra í lesnaðin eisini. Legg­ur mann meiri orku í lesnaðin, so gongur tað betri. Læri eg meg tað betri og terpi tað oftari, so dugi eg tað betri. Man skal læra seg at yvirføra egin­ leikarnar ímillum økini. Eg haldi tildømis sjálv at eg eri blivin nógv meiri úthaldandi, eftir at eg eri bliv­in langteinarennari. Tað seiggi havi eg eisini lært at yvirføra t.d. yvir í arbeiði hjá mær. Eg fái nógv rós fyri at eg klári at arbeiða undir stressi og

undir nógvum trýstið í langa tíð og vera "púra kul’, og eg ivist ikki í, at hetta er nakað, ið eg havi fingið frá ítróttinum. Eg kenni mín kropp og veit veit, hvat kann klárar. Mann lærir at kenna síni mørk, og tað er ótrú­liga týdningarmikið, haldi eg. Bæði tá tað kemur til at halda út og at kunna siga stopp. Tað er í hvussu er ein eginleiki, ið mann kann læra frá ítróttinum. Hvussu ávirkan hetta heimafrontin hjá tær? Eg kann ikki siga annað, enn at tað hevur positiva ávirkan. Eg veit, at eg eri ein nógv glaðari persónur, tá eg sleppi út at futta eitt sindur av orku av. Og um eg ikki sleppi út at futta hesa orkuna av, so verður tann orkan ofta brúkt til okkurt annað, kanska minni positivt. Lagið er nógv betri, tá eg havi verið úti og runnið ein langan túr ella aftana eina harda venjing og eri troytt, glað og væl tilpassar, enn tá eg kanska havi havt tyngri periodur, har eg ikki ordiliga eri komin út, ikki ordiliga havi passað venjingina, og eg eri full av orku, sum eg ikki fái brúkt til nakað positivt. Eg fái góðan stuðul heimanifrá. Familjan og vinfolkini stuðla mær 100%, og tey halda, at tað er feitt, sum eg geri. Eg eigi ikki børn sjálv, men tey, ið eg eri mostir og fastir at, tey síggja upp til mín, og tey elska at koma at hyggja at steypunum og telja medaljurnar hjá mær, og tað haldi eg vera ordiliga deiligt, at tey reypa eitt sindur um mostur sína. Foreldrini hyggja, tá kappingar eru, og tey hava møguleikan, og tey eru røsk at spyrja, hvussu gongur og at vísa áhuga. Eg havi eisini systkin, ið vísa stóran

áhuga í tí, sum eg geri, og tey stuðla mær altíð. Onkuntíð hevur systir mín meldað meg til onkra kapping, sum kanska hevur verið nokkso avbjóðandi fyri meg, tí at hon trýr uppá, at eg klári tað, og tað er eisini motiverandi. Hvat gevur ítróttirin tær? Alt í alt kann eg siga tað, at lívið sum rennari er eitt gott lív. Tað er eitt lív, har eg sleppi at gera tað, ið eg elski, hvønn dag. Eg havi ein fantastiskan venjara, ið hjálpir mær at gerast betri hvønn dag. Eg havi fantastiskar sponsorar, Tryggingarfelagið Føroy­ ar, Faxe Kondi og Poul Michelsen heima í Føroyum. Tey stuðla mær, so eg havi møguleika at ferðast til kappingar, at keypa neyðuga útgerð og so framvegis. Renning gevur mær eisini orku og yvirblikk. Tað hevur lært meg at kenna mín kropp og mínar grensur. Tað hevur lært meg at førka mínar grensur, tað hevur lært meg at vera úthaldandi. Eg havi havt nógvar fantastiskar upplivingar gjøgnum renni­ ngina og havi møtt nogvum fan­tastiskum menniskjum i hesum sam­ bandi. Og so hevur tað eisini givið mær nógv í forhold til lesnaðin. Eg havi lært at flyta eginleikar fra itróttinum til onnur økir í lívinum, og tískil er ítrótturin ein øgiliga týdn­ing­ar­mikil partur av minum lívi. Eg hopi at kunna renna í nógv ár aftrat. Men um ikki, so er hetta ein grein, ið eg altíð fari at hava hjarta­ num nær, og eg fari altíð at vera ein renn­ari í hjartanum, tí at tað hevur giv­ið mær so nógv og er blivið ein part­ur av mínum gerandisdegi.


Væl á veg út í heim AT LESA

Við Atlantic Airways ert tú væl á veg út í heim at lesa, samstundis sum tú varðveitir tætta sambandið við Føroyar. Vit flúgva fleiri ferðir um dagin alt árið til ferðamál, ið hava hægri lærustovnar og alskyns útbúgvingartilboð. Vel lívsleið eftir áhuga og førleika. Vit flúgva teg, so tú ert væl á veg.

Reykjavík

Føroyar Bergen Aalborg

KEYPMANNAHAVN

BERGEN

Fráferð í minsta lagi eina ferð um dagin.

Fleiri fráferðir um vikuna um summarið.

BILLUND

AALBORG

Fleiri fráferðir um vikuna.

Fleiri fráferðir um vikuna um summarið.

REYKJAVÍK

BARCELONA

Fleiri fráferðir um vikuna.

Ein fráferð um vikuna um summarið.

LONDON

MILANO

Billund

Keypmannahavn

London

Milano Fleiri fráferðir um vikuna um summarið.

ATLANTIC.FO

Ein fráferð um vikuna um summarið.

Barcelona



ÍBLÁSTUR EFTIR LESNA 164 167 168 170 171 172 174 176 178

Meira vitan og pengar við gransking INOVA - Viljin til vitan og tað neyðuga samstarvið Hví eina PhD Ritgerð Fantastisk yrkisleið Hørð kapping - millum væl útbúnað fólkið Lykilin til framtíðina! Nýskapanarhús til góð hugskot SHISA BRAND var ikki barnadreymurin! Far í gongd


íblástur eftir lesna » gransking í føroyum

» FØROYAR á veg at gerast eitt vitanarsamfelag

Navn: Annika Sølvará, Stjóri á Granskingarráðnum annika@gransking.fo

Meira vitan og pengar við gransking Hevur tú hug at velja granskaraleiðina ella ert tú longu ávegis her, átti tú at hugt at www.gransking.fo og melda teg til tíðindabrævið hjá Granskingarráðnum. Á síðuni hava vit eisini eitt yvirlit, sum vit kalla Heilagrunnurin, við granskarum og mennarum í Føroyum og føroyingum uttanlands, sum arbeiða við gransking og menning. Kundi tú hugsað tær at verið skrásett/ur her ella saknar tú onkran annan í Heilagrunninum, frætta vit fegin frá tær.

164 — Fjølnir2014

Nógv fólk í Føroyum arbeiða dagliga við gransking og menning. Okkum tørvar nýggja servitan á nógvum økjum. Hesa vitan koma fólk á granskingarstovnunum, Fróðskaparsetrinum og í fleiri fyritøkum fram til við miðvísum kanningum og sam­ starvi millum nógvar partar, bæði í Føroyum og uttanlands.

Alivinnan sum í dag stendur fyri størsta parti av føroyskum útflutningsvirði, brúkar tey nýggjastu úrslitini frá gransk­ arum og mennarum at tryggja bestu góð­ sku og úrtøku og burðardyggastu fram­ leiðslu. Heil­ su­ verkið bjóðar alsamt betri og fjøl­ broyttari viðgerð og vegleiðing, grundað á gransking í Føroyum og aðra­­­staðni. Fiskimálaráðið grundar síni krøv í altjóða fiskivinnusamráðingum

á granskingarúrslit og praktiskar fiski­ vinnu­­­ roynd­ ir. Tað sama er galdandi á nógv­­ um ymiskum økjum. Føroyar eru spaku­liga men støðugt á veg at gerast eitt vitanar­samfelag. Ein av puntunum í gransk­ing­ar­putli­ spæli­­num i Føroyum er Granskingarráðið, sum hevur nógvar ymsar uppgávur. Gjøg­n­­um Granskingargrunnin veitir Gran­sk­ing­ar­ráðið fíggjarligan stuðul til gransk­­ing, ráð­gevur landsstýri og fyrisit­ ing í gransk­ing­­ar­s­purn­ing­um og ráð­gevur í sam­bandi við stuðuls­møgu­leik­ar úr ES. Eisini kunnar Gransk­ing­ar­ráðið á yms­an hátt alment um gransk­ing og gransk­ing­ ar­­­úrslit.

Stuðul til alt frá CTD til málmenning Á hvørjum ári fáa umleið 10 nýggj­ ar

vitja okkum á: mfs.fo


gransking í føroyum « íblástur eftir lesna

verkætlanir stuðul úr Gransk­ ing­ ar­grunn­i­num. Í 2014 er tann tøka játtanin 7. mió. kr. Talan er bæði um verkætlanir, sum eru styttri enn 1 ár, 1-3 ára verkætlanir, oftast post. doc. og so um ph.d. verk­ætlan­ir, sum strekkja seg yvir 3-4 ár. Nøkur av teimum, sum fáa stuðul, eru roynd­ ir granskarar, sum fara undir nýggj­ar verkætlanir ella arbeiða víðari við spurningum frá ígongd­ verandi verk­ætl­a­num. Á hvørj­um ári eru tað eisini nýggir gransk­­ar­ar, sum fara undir ph.d. út­búgving. Millum evnini, sum arbeitt verður við í løt­uni, kunnu nevnast: Ph.d.verk­­ ætlan um sam­­bandið millum CTD og hjartasjúkur; verk­­ætlan um tøkni­­liga niðurberjing av laksa­lús, fylgi­­sveina­­ kanning av føroyskum hav­hesti, ph.d.

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

verkætlan um menning av mát­­ i­ ng­ ar­­­ frym­ li til at kanna mállæring hjá føroysk­um børnum. Tað ber til ber at lesa um allar verk­­ætlan­­ir­nar, sum eru stuðlaðar úr Grans­k ­ing­argrunninum, í Stuð­uls­ yvir­­­lit­i­num á gransking.fo

Talið av ph.d.arum økist skjótt Í 2013 vóru tað í minsta lagi 12 føroy­ ing­ar, sum vardu eina ph.d.ritgerð. Av hes­­ um verkætlanunum fingu 5 stuðul úr Gransk­ing­ar­grunninum. Ein av teimum, sum disputeraði í 2013, er Bjørn Kunoy, sum skrivaði rit­ gerð í lóg um rættarreglurnar í land­gruns­­mark­na­m­álum uttan fyri 200 fjórð­­­ ing­ ar. Ein annar er Hans Ellefsen, sum skrivaði ritgerð í

búskaparfrøði, har hann við spælteori greinaði at­burð­­­­in hjá teim ymisku lond­unum í fiski­­veiðu­­avtalunum. Ein triðja er Jana Ólavs­dóttir, sum skrivaði ritgerð í jarð­frøði um legu­ grý­tið omaná basaltinum í Het­­l­ands­ rennuni. Tað hevur verið ein støðugur vøkst­ ur í tali­ num av føroyingum, sum taka ph.d.út­búgv­ing­seinnu ár­ ini. Granskingarráðið roynir at skrá­ seta øll ph.d.lesandi í Føroyum og føroysk ph.d.lesandi uttanlands í Heila­ grunni­ num. Endamálið er at geva møguleika hjá granskarum, fjølmiðlum og øðrum at koma í samband við granskarar úti og heima. Vit vita um knapt 60 før­ oyingar, sum eru í gongd við ph.d.

árgangur 02 — 165

»


íblástur eftir lesna » gransking í føroyum

Skrivað: Regin W. Dalsgaard Formaður í stýrinum fyri Vinnuframa Bústaður: Tórshavn Útbúgving: Professiónsbachelor í International Sales and Marketing

» útbúgving

í løt­ uni, ein lítil helvt av hesum arbeiðir í Før­oyum, fleiri eru tó innskrivað við út­ lendsk universitet. Hin góði helm­ing­urin er spjaddur ymsastaðni, serliga í Dan­ mark og Stóra Bretlandi.

Ph.d útbúgving krav til allar nýggjar gransk­arar Ætlar tú tær eina yrkisleið sum gransk­ari, er í dag neyðugt at taka eina ph.d.útbúgving oman á uni­ versi­tets­út­búgv­ing­ina fyri at fáa starv. Ein ph.d útbúgving er ein skipað gransk­ara­út­búgv­ing, sett sam­an av gransking, lut­tøku á ráð­ stevn­um, skeiðum v.m. Mest vanlig longd er 3 ár, tá er talan um eina saman­ set­ ing av bachelor, master og ph.d, tvs. 3+2+3 ára út­ búgv­ ing. Aðrir møguleikar eru 4+4 og 3+5, har master og ph.d. parturin eru samantvinnaðir. Uttan mun til samanseting, so er greitt, at fyri at sleppa í gongd við eina ph.d. útbúgving eru fleiri viðurskifti, sum tú mást fáa at hanga saman.

166 — Fjølnir2014

Tann allarfyrsta treytin er, at tú hevur eitt gott hugskot til eina verkætlan. Ofta fara fólk víðari við arbeiði, sum er gjørt í sambandi við høvuðsuppgávuna, men ikki altíð. Ein lýsing av ætlaðu verk­ætlan­ ini má gerast, mest van­ligt verður hetta gjørt í samráði við komandi veg­leið­ara ella vegleiðarar. Tú hevur ikki sama krav at sleppa í gongd við ph.d. sum við bachelor og master, so tað er neyð­ugt at søkja individuelt um at verða inn­skrivað/ur á ein­um universiteti. Tað tyngsta er oftast at fáa fíggj­ ing til vega, sum skal rinda fyri løn, rakstrarútreiðslur og gjøld til uni­­versi­tetið. Í summum førum bjóða universitetini ella aðrir gransk­ ing­­ar­stovn­ar ph.d.starv við øllum útreiðslum íroknað­ um, men hetta er meira sjáldan. Tann, sum skal undir ph.d.lestur, noyðist oft­ ast at søkja stuðul til verkætlanina, eitt nú frá Granskingargrunninum, øðrum gransk­i­ng­ar­­ráðum og/ella fyritøkum. Ein slík tilgongd kann taka langa tíð, fleiri mánaðir, onkuntíð upp til eitt ár.

Management, Copenhagen Business Academy


gransking í føroyum « íblástur eftir lesna

» NÝGGJA GRANSKARASETRIÐ

31. mai 2013 var ein stórur dagur. Tá kundu vit endiliga lata dyrnar upp til Gransk­ ara­setrið við Hoyvíksvegin, sum hevur verið áveg­is í nógv ár.

inovA

Viljin til vitan og tað neyðuga samstarvið 31. mai 2013 var ein stórur dagur. Tá kundu vit endiliga lata dyrnar upp til Gransk­ara­setrið við Hoyvíksvegin, sum hevur verið áveg­is í nógv ár. Vit tosa um eina verkætlan, har almennir stovn­ar og privat vinnulív hava tikið felag­stak, og við einum ynski um betri umstøður til gransking og vitanararbeiði sum drív­megi. Vit í Vinnuframa hava síðani 2010 arbeitt fram ímóti at fáa eitt granskarasetur, har vitanararbeiðspláss, gransking og íverk­set­an kundu fáa betri umstøður.

eru í. Nevnd­in í iNOVA er mann­að við umboðum fyri almenna og privata gransking, umframt fyri vinnu­lív og Vinnuframa. Eisini Fróðskaparsetrið og tær størstu privatu fyritøkurnar í landi­ num eru við í verk­ ætlanini. Og Lands­sjúkrahúsið um­boð­ar saman við Fiska­aling almenn arbeiðs­pláss, sum fáast við gransking og sum gera roynd­ir, eitt stórt og kost­nað­ar­mikið arbeiði, sum higartil hevur verið sent av landinum, tí at røtt útgerð og rættar umstøður ikki hava verið í Føroy­um.

Framkomin og hátøknilig útgerð

Neyðugt samstarv

Granskarasetrið er eitt hátøkniligt vitan­ar­ar­beiðspláss, har granskarar innan ser­ liga biotøkni, molekyler gastronomi og ílegu­gransk­­ing fáa atgongd til neyðuga útgerð, til góð høli og, ikki minst, eitt netverk av menni­skj­um við sama brennandi áhuga fyri at fram­ leiða vitan á hægsta stigi og fyri at gerast klókari.

Nógvir spælarar Vinnuframi eigur sjálvan bygningin og hevur staðið fyri at innrætta hølini, har Gransk­arasetrið húsast, meðan smá­ parta­ felag­ ið iNOVA skal taka sær av rakstri­num. iNOVA er eitt samtak, har Felag­ið Nóta­ skip, Fiskaaling, Marine Har­­­vest, Bakkafrost, Luna, Tavan, MBM, Havs­brún, TF Holding og Fram­­tak

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

Vinnuframi hevur fingið til upp­gávu at útvega neyðug tól til nátt­úru­v ísinda­liga gransking, og vit hava júst lýst eftir náttúruvísindaligum gransk­­ing­ar­verk­ætla­ num, har um­søkj­arar skulu gera greitt, hvørji tól tørvur er á til teirra gransk­ing. Vinnuframi fíggjar so tólini, meðan verkætla­ nin sjálv fíggjar løn­ir og aðrar útreið­slur. Soleiðis ber til at fara í holt við verkætlanir, sum annars høvdu verið ógjørligar at framt í Føroyum, tí at tær samlaðu út­ reiðs­lurnar høvdu verið alt ov stórar til ein einstakan gransk­ing­ar­stovn. Við breiðum og miðvísum sam­­starvi kunnu vit náa góðum úr­s­litum, sam­stundis sum vit kunnu fáa fakliga av­bjóð­andi arbeiðspláss í Før­­oyum. Kanska júst tað, sum skal fáa fleiri ung­fólk heimaftur?

árgangur 02 — 167


íblástur eftir lesna » áhugin drívir verki

» PHD RITGERÐ

Navn: Kirstin Eliasen Útbúgving: PhD í lívfrøði Arbeiði: Fiskaaling Búðstaður: Norðskáli

Hví eina PhD

Ritgerð Hvat er ein PhD?

Hví eina PhD-ritgerð?

PhD útbúgvingin er vanliga 3 ára long, men í onkrum londum tekur hon 4 ár. Hvat hetta starvið krevur av tær, kann vera ymiskt frá universiteti til universitet. Vanliga inniber tað, at tú skalt taka skeið á PhD-støði eitt semestur, undirvísa á universitetinum eitt semestur og granska eitt ávíst evni. Úrslitini av tínari gransking skulu vera á so mikið høgum støði, at tey sleppa við í vísundalig

Eg arbeiddi við nebbasild í mínari kandidatritgerð, og hevði hug at arbeiða víðari við hesum evni, tá ið eg var liðug við kandidatin. PhD-ritgerðin gav mær henda møguleikan.

tíð­arrit í skapi av greinum, har kravið fyri eina PhD vanliga er, at ein grein er útgivin, ein er innlatin og ein triðja grein er eitt so­ kallað manuskript.

168 — Fjølnir2014

Hvussu tú velur evni? Fyri, at ein PhD ikki skal gerast ein marra, er tað ein fortreyt, at áhugin drívur verkið. Fyri at kunna gera eina PhD, er tað vanliga ein fortreyt at tú longu hevur gjørt eina kandi­dat. Í hesum tíðarskeiðinum hava flest øll fingið ein varhuga av hvar teirra áhuga­ mál liggja. Fylg tínum áhuga!

vitja okkum á: mfs.fo


áhugin drívir verki « íblástur eftir lesna

Arbeiðsmøguleikar? Hetta er óivað ymiskt fyri tær ymisku út­búgv­ing­ar­nar, men sum lívfrøðingur er tað ikki lætt at fáa fast granskarastarv í Føroy­um hóast góða út­búgv­ing.

Góð ráð til onnur Gerið einans eina PhD um evni veru ­l iga hevur tín brennandi áhuga. Sum PhD-lesandi skal tú hava veg­ leiðarar, vel teir væl!

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

Hevur tú hug at velja granskaraleiðina ella ert tú longu ávegis her, átti tú at hugt at gransking.fo og melda teg til tíðindabrævið hjá Granskingarráðnum. Á síðuni hava vit eisini eitt yvirlit, sum vit kalla Heilagrunnurin, við granskarum og mennarum í Føroyum og føroyingum uttanlands, sum arbeiða við gransking og menning. Kundi tú hugsað tær at verið skrásett/ur her ella saknar tú onkran annan í Heilagrunninum, frætta vit fegin frá tær. árgangur 02 — 169


íblástur eftir lesna

» undirvísing og gransking

» GRANSKING

Navn: Bogi Bech Jensen Útbúgving: Maskinmeistari, sivilverkfrøðingur og doktari innan elektriskar maskinur Starv: Professari í orkuverkfrøði

FANTASTISK yrkisleið

Hvat er ein professari? Sum professari fáist eg við undirvísing og gransking. Undirvísingin er klassa­ undir­ vís­­ing, bólkaarbeiði, starvstovuroyndir og verk­ætlanir, sum ofta minna meir um gransking. Granskingin spennur frá grund­ gransking til vinnugransking, tó hevur meginparturin av míni gransking vinnu­lig­ an áhuga. Granskingarúrslitini verða ofta løgd fram á ráðstevnum, so tí tosi eg nokso ofta á ráðstevnum uttanlanda.

Hví júst hetta starvið? Mær dámar væl at undirvísa, og mær dámar eisini sera væl at granska, útvikla og uppfinna. Tí var valið lætt. Starvið er nakað tað sama um allan heimin, tí er lætt at flyta í millum. Hetta gevur fleksibilitet, sum mær dámar væl. Eg havi verið lektari á Newcastle University (UK) og á Danmarks Tekniske Universitet, áðrenn eg bleiv professari á Setrinum. Eg trívist ómetaliga væl. Tó er tað so, at

170 — Fjølnir2014

eg havi trivist í øllum mínum størvum, men professarastarvið er nakað heilt serligt.

Hvat skapar trivnaðin? Frælsi! Tað at eg kann gera just tað eg vil. Eg undirvísi, eg arbeiðið við íverksetan, við uppfinning, útvikling, gransking o.s.fr.

góð ráð Tað er ógvuliga hørð kapping um at fáa fast starv á universiteti. Tað er tí avgerandi, um onkur hugsar um eina akademiska universitetsyrkisleið, at tey eru klár yvir hvussu nógv arbeiði skal til. Man skal rokna við at lesa og spesialisera seg í 8-10 ár eftir miðnám, síðan víðarispesialisera seg í 3-6 ár í tíðaravmarkaðum starvið, áðrenn man møguliga kann fáa fast starv. Tað er tí ikki ein yrkisleið man líka velur, tað er ein yrkisleið man dedikerar seg til. That being said, so er tað eitt læruríkt og spennandi forløb, sum leiður til eina fantastiska yrkisleið.

vitja okkum á: mfs.fo


innlit í føroysku vinnuna « íblástur eftir lesna

» VINNUHÚSIÐ

Navn: Marita Rasmussen Starv: Stjóri í Vinnuhúsinum Bústaður:

Hørð kapping millum vælútbúnað fólkið

Tórshavn

ÚTBÚGVI FÓLK TIL VINNUHÚSIÐ Tá størv eru tøk í Vinnuhúsinum lýsa vit altíð størvini alment. Tað merkir fyrst og fremst á tíðindaportalum, á starv.fo umframt senda lýsingarnar til yrkis­ tænastuna, soleiðis at tey sum eru uttanlands og hava meldað seg til at fáa starvslýsingar sendandi frá Studna kunnu fáa lýsingarnar eisini. Vanligt eru millum 15 og 30 umsóknir til størvini vit hava lýst og flest allar umsóknirnar eru sera góðar so kappingin er hørð. Navn: Carl Herup Olsen Útbúgving: Finans

fyri­ tøkum. Tað er spennandi og sera læru­­­ ríkt í sær sjálvum. Starvsfólkini í Vinnu­­ húsinum arbeiða sera sjálvstøðugt við sínum øki og tað ger at fólk mennast og trív­ast.

FØROYSKUR ARBEIÐSGEVARI

Vit bjóða áhugaverd størv, har arbeitt verður tætt upp at føroyskum vinnu­-

Føroyska samfelagið er lítið og tað eru fyri­tøkur og stovnar eisini. Tí er tað sera skjótt at sleppa framat at loysa spennandi upp­gávur og soleiðis verða við til at gera ein stóran mun. At fyritøkur og stovnar eru smá­ar, ger eisini, at tað er skjótt at fáa starv við ábyrgd, sum ger tað sera avbjóðandi at arb­eiða í Føroyum.

Hvussu er vali falli á júst títt starvsøki?

Hvussu trívist tú í starvinum?

Áhugi mín fyri búskapi og fígging er birtur sum banka lærlingur, og heimafturkomin úr lestrarørindum er starv mítt sjálvsagt fallið innan sama málbólk.

Mær dámar væl. Mínir starvsfelagar eru dugnaligir og nýhugsan er eftirspurd.

Hvussu varðveita tit starvsfólkINI?

Starvsøki: Ráðgevi. Havi Felagið Peninga­ stovnar um hendi, og røki felags­ áhugamál teirra. Bústaður: Hoyvík

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

árgangur 02 — 171


íblástur eftir lesna » tilboð til íverksetarar

» ÍVERKSETARAHÚSIÐ

Navn: Rani Nolsøe Starv: Leiðari í Íverksetarahúsinum

Lykilin til

framtíðina!

Bústaður: Klaksvík

Mitt í rokanum av tíðindum um ES boy­ kott, svartar og reyðar boykottlistar í Rus­landi, tí stóra makrelstovninum, sum kann broyta ferðingarmynstur nær sum helst, niðurbræðingini av línufiskaríðinum, ára­lang­um landskassahalli, og ikki minst boð­unum um eina hóttandi og áhaldandi fólka­fráflyting, frættist brádliga, at altjóða olju­felagið BP hevur gjørt eina stóra íløgu í føroysku íverksetarafyritøkuna Decision3. Tað, sum byrjaði sum eitt reint hugskot hjá Ólavi Simonsen um eina skipan, sum bet­rar trimmið á skipum við oljusparingum fyri eyga, er nú endað sum ein realistiskur gjøg­num­brots møguleiki fyri eina nýggja fyri­ tøku á altjóða marknaðinum, við BP sum strategiskum íleggjara. Áðrenn tað, varð hugskotið ment til eina prototypu av íverksetarafyritøkuni De­cisi­on3, sum varð fíggjað av føroyskum vent­ure­grunnum.

Nýbrot Her er talan um eitt satt nýbrot, tí við hes­ um hava vit fingið eina nýggja og týdn­ing­ ar­mikla ressursu á banan. Nevnliga ta ressursuna, sum ger tað

172 — Fjølnir2014

møgu­ ligt og lutfalsliga skjótt at koma tann langa vegin frá reinum hugskotum til nýggj­ar fyritøkur. Tey samfeløgini, sum duga hetta væl, eru tey innovativu samfeløgini í heiminum í dag, og tað kann ikki undra nakran, at tey klára seg nógv best. Sambært World Eco­ nom­ic Forum sá topp fimm listin í 2013 so­leið­is út: 1. Sveis 2. Singapore 3. Finland 4. Týskland 5. USA. Tað verður spennandi at síggja, hvørja menn­ing íløgan hjá BP kemur at skapa í Decision3, og um felagið fer at gerast ein vaks­trar­fyritøka, tí, í tí kunnu liggja fleiri nýggj og spennandi arbeiðspláss.

Rætta vegin Tað gongur avgjørt tann rætta vegin í Føroy­ um í dag, men skal tað eydnast á hendan hátt at fáa skapt nógv nýggj arbeiðspláss kom­ andi árini, so mugu teir stóru og ressurs­us­terku aktørarnir í Føroyum av álv­ ara inn á banan og vera við til at taka eina felags ábyrgd av innovatiónini, samstundis sum fleiri kavabóltar mugu á rull: - vit mugu hava nógvar føroyingar, sum vilja gerast entreprenørar við atgongd til

vitja okkum á: mfs.fo


innlit í føroysku vinnuna « íblástur eftir lesna

góða ráðgeving, tí av roynd­­um vita vit, at fleiri verk­­ætl­an­ir detta niður fyri aftur; - vit mugu halda fram við arbeiðinum at stimbra krea­­tivitetin og mentalu íverk­­set­ara­vødd­arnir hjá skúla­ung­dóm­inum, so at tað alla tíðina verður ein stór tilgongd av ungum íverk­setum; - vinnulívið má fáa betri møguleikar at stuðla íverk­set­ara ætlanum, millum annað við at gera slíkan stuðul skattafrían. Hartil eiga vinnan og almenni sek­tor­ur­in at gera avtalur um krónu fyri krónu íløgur/fígg­ing í íverksetaraætlanir og í kreativar fysiskar karm­ar, sum optimera samstarv og innovatión; - vælvitandi at Face­ book, Google ella Apple neppa høvdu eksistera í Silicon Valley uttan tað almenna Stanford University, er tað innlýsandi neyðugt at upp­byggja eitt gott granskingar- og uni­versi­tets­ um­hvørvi (R&D); - vit eiga eisini at fremja avby­ro­ kra­­ti­ser­ingar í almennu kørm­un­um kring íverksetan, eitt nú við einki gjald at taka fyri stovnan av nýggjum íverk­­set­ara­f yritøkum, við eini fimm ára skattafrítøku fyri allar nýggjar íverk­set­ara­f yritøkur, eini munandi ein­faldari roknskaparlóg, skattafríari upp­ sparing hjá ungum, sum vilja spara upp til íløgur í íverksetan, við at innføra starvslønir til íverksetarar

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

til samstarv og íløgur í nýggj hug­skot, er avgerandi neyðugt í altjóða kapp­ ing­ini millum tær fremstu tjóð­ir­nar í dag. Tess effektivari vit verða til innovatión, og tess fleiri hug­ skot vit fáa ment til fun­ger­andi pro­to­t yp­ir, og jú fleiri ven­t ­ure­k rónir tískil kunnu investerast, jú betri eru vit í veruleikanum til at bench­marka okk­um við tær frem­stu íverk­set­ara­tjóð­ir­ nar í heimi­num.

Eina framtíð í Føroyum

við góðum hugskotum, og við at um­­leggja arbeiðsloysisstuðulin til ak­tiv­an íverksetarastuðul;

Innovatión ein felags ábyrgd Við øðrum orðum: tað er ikki nóg gott, at onkur tekur sær av inn­ova­ tión­ini í samfelagnum! Í nýggjastu ársfrágreiðingini hjá World Economic Forum, The Global Com­ petitiveness Report 2013-14 (weforum.org) verður pointerað, at fokus á innovatión, sum eini felags ábyrgd hjá leiðarum í privata vinnu­ lívi­ num, í almenna sektorinum og annars úti í samfelagnum, og vilj­in

Í hesum liggur lykilin til framtíðina, tí tað er í íverk­ set­ara­fyri­tøkum, at tey flestu nýggju - og oftast innovativu - arb­eiðs­pláss­ini verða skapt, og tað eru slík arbeiðspláss, sum fáa vælkvalifiseraða arbeiðs­megi til at velja eina fram­tíð í Føroyum. BP íløgan í Decision3 er ein inspirerandi søga, sum vísir hvørjar møguleikar, íverk­setan kann hava fyri Føroyar. Nú er tíðin komin til at seta fulla ferð á innovatiónina og rokni eg við, at 2014 kemur at verða eitt áhugavert ár í so máta. Føroyar er eitt lítið land og vit eru fá­ ment. Men vit hava atgongd til nóg­var­møguleikar, og ein av teimum tungu lyklunum í lyklaringinum til fram­tíðina er innovatión! Við ynski um eitt framtaksríkt 2014 Rani Nolsøe Íverksetarahúsið

árgangur 02 — 173


íblástur eftir lesna » tilboð til íverksetarar

» FRÁ HUGSKOT TIL VERÐULEIKA

Navn: Lív Egilsdóttir Olsen Lesur: Almenna fyristing á Professionshøj­ skolen Metropol Bústaður: Keypmannahavn

Nýskapanarhús til góð

hugskot Tórshavnar kommuna leggur við Hug­skoti­ num lunnar undir eitt spírandi umhvørvi til íverksetarar. Húsið skal hýsa góðum hug­ skot­um frá bæði leikum og lærdum. Fyri at geva góðum hugskotum bestu sømd­ir at vaksa, hevur Tórshavnar komm­ una sett á stovn eitt íverksetarahús – ella ný­skapanarhús. Húsið verður tikið í nýtslu í næstum. Við einum húsi serliga ætlað íverksetarum ynskir Tórshavnar kommuna at seta íverksetan á breddan og halda góðum hugskotum til, soleiðis at nýggj­ ar vinnur kunnu taka seg upp. Tórshavnar kommuna hvessir støðugt vinnu­liga profilin, og er Nýskapanarhúsið Hug­skotið eitt av átøkunum at seta ferð á vinnu­ligan vøkstur. Kommunan er onga løtu í iva um, at nógv dugnalig fólk við góðum før­ leikum sita við hugskotum, ið kunnu gerast til vinnuligar vørur og tænastur at selja í og uttan fyri Føroyar. Fyri at skunda undir hesa tilgongd letur Tórshavnar kommuna upp nýskapanarhús í Niels Winthers gøtu 5. Hølini liggja væl fyri miðskeiðis í Havnini. Og her fáa ágrýt­

174 — Fjølnir2014

nir íverksetarar høvi at sita undir somu lon, arbeiða við teirra verkætlanum og fáa viðkomandi leiðbeining frá uttanhýsis ráð­ gev­um úr vinnulívinum.

Eitt umhvørvi til íverksetarar Tórshavnar kommuna er farin undir Hug­ skot­ ið, tí kommunan er sannførd um, at húsið kann betra um vakstrarmøguleikarnar hjá íverksetarum – og harvið stimbra menn­ ing­­ ina av einum fjøltáttaðum vinnulívi í komm­ununi. Hugskotið fer at skapa eitt umhvørvi, har íverksetarar kunnu læra hvør av øðrum. Húsið skal samstundis stuðla upp undir, at íverk­setarar fáa so góðar møguleikar sum gjør­ligt at taka lut í einum virknum húsi, har royndir og vitan verður deild ímillum íverk­setarar. Fleiri hava longu sýnt Hugskotinum áhuga, og er hetta ein greið ábending um, at kommununi ikki bara tørvar nýggjar vinn­ur, men at virkishugað fólk eisini ynskja at arbeiða miðvíst við nýggjum hugskotum

vitja okkum á: mfs.fo


tilboð til íverksetarar « íblástur eftir lesna

í einum skip­að­um umhvørvi saman við øðrum íverk­setarum.

Lesandi og nýútlærd við góðum hugskotum Alsamt fleiri fólk nema sær út­búgv­ ing; bæði handaligar útbúgvingar og framhaldslestur á hægri stigi. Tað er einki at taka seg aftur í, at les­andi ofta hava góð hugskot, sum kunnu mennast til vørur og tæn­ astur at selja á marknaði. Tí vón­ar kommu­ nan eisini, at húsið kann eggja lesandi á Setrinum og lær­ ling­­ um á arbeiðsplássum at bretta upp ermar og fara í holt við at gera góð hugskot til veruleika. Sama er galdandi fyri nýliga útbúgvin fólk frá lærustovnum í Føroyum og uttan­­lands. Tey kunnu eisini venda sær til Nýskapanarhúsið Hugskotið við ítøkiligum verkætlanum. Kommu­nan ynskir at styðja upp undir, at lærlingar og lesandi gera góð hugskot til veruleika og syrgja

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

fyri, at hugskotini ikki missa flogið, men kunnu mennast til vørur og tæn­ ast­ ur, sum kunnu seljast. Tí verð­ ur ein leiðbeinaraskipan við fólki úr vinnulívinum eisini sett í verk, soleiðis at útlitini, fyri at tær ein­støku verkætlanirnar bera ávøkst, eru so góð sum til ber.

Umstøðurnar eru framúr Kommunan innrættar húsið í Niels Winthers gøtu 5 við skrivstovum, fundar­ høli, køki, streymi, neti og print­­­ara. Telduútgerð og telefonir út­­vega íverksetarar sjálvir. Møguleiki verður eisini fyri at leiga eitt skrivaraborð í ein dag ella eitt høli í nakrar mánaðir. Fyri­tøkur, ið longu hava eitt ávíst peninga­rensl, fáa eisini møguleika at leiga fund­ar­ høli til eitt nú videoráðstevnur. Haraftrat skal húsið veita íverk­ set­ ar­­ um holla og viðkomandi ráð­ gev­ing. Hetta er umráðandi tátt­ur

í arbeiðinum, tí royndir vísa, at eitt hús í sjálvum sær ikki skap­ar nýggj­ar fyritøkur, men at fólk úr vinnu­ lívinum, sum kunnu víðka um net­ verkið hjá einstøku íverk­set­ar­u­num og geva teimum hent innputt, ofta flyta verkætlanirnar rætta vegin. Treytin fyri, at íverksetari kann fáa innivist í nýskapanarhúsinum, er, at hug­skotið, ið íverksetarin arbeiðir við, verður mett burðardygt og kann menn­­ast til fyritøku ella nýskapandi part av eini verandi fyritøku. Per­ són­ar og fyritøkur, ið kunnu vísa á møgu­­ leikar til at vinna marknað utt­an fyri Føroyar, hava ein fyrimun. Eft­­ ir ætlan letur Nýskapanarhúsið Hug­skotið upp á vári 2014.

árgangur 02 — 175


íblástur eftir lesna » broytti yrkisleiðina

» GAV UPP DREYMASTARViÐ, fór FYLGJA EYDNUNI!

Navn: Karen Sissal Kj. Kristiansen Fødd: 1973 Útbúgving: Cand Merc DCM Bústaður: Tórshavn Starv: Sjálvstøðug vinnurekandi

176 — Fjølnir2014

SHISA BRAND var ikki barnadreymurin!

Á vári 2012 var eg í starvinum, sum mong øvundaðu mær. Lønin var góð, arbeiðið bæði mennandi og spennandi. Eg hevði festligar og dugnaligar starvsfelagar – fólk, sum eg hevði arbeitt saman við í nærum 6 ár. Mong teirra vóru, og eru enn, millum mínar heilt góðu vinir. Hetta var tað, eg ein stóran part av lívinum hevði arbeitt framímóti. Samstundis visti eg væl, at tað var bara ein spurningur um tíð, til eg fór at siga øllum tí trygga og góða farvæl og leypa út í ta ótryggu tilveruna sum sjálvstøðug vinnurekandi. Eg haldi, at eg hevði ikki kunnað lagt mær tilveruna sum sjálvstøðug til rættis. Av lyndi eri eg soleiðis, at eg róti meg í alt møguligt og sigi ofta eitt sindur ov nógv – nakað sum hevur ført við sær, at nógv fólk kenna til mín og tað, eg geri og standi fyri. Og tá eg setti av út í tað óvissa, var tað júst hesin eginleikin, sum var tann fíggjarliga bjargingin.

Tí, hóast eg hevði tikið stigið so var tað eingin trygd fyri sølu. Men tey góðu sambondini, sum eg havi bygt mær upp, hava bjargað mær. Størri og smærri sam­skip­anarog ráðgevingaruppgávur hava tryggjað mær eina ávísa inntøku og við inn­­tøkuni frælsi til at brúka restina av tíðini uppá at skapa.

Yrkisleið og íverkseti Sjálv dámar mær ikki so væl at kalla meg íverk­seta, helst er tað tí, at eg føli, at tað eru hini, sum eru íverksetar. Eg geri bara mítt. Eg geri tað, sum eg má gera; tað sum ger meg glaðast. Tí, eg var sanniliga eisini glað og fylgdi mínum dreymum, tá eg fyrst las negot í Odense og seinni cand. merc. í Keypmannahavn. Eg fylgdi dreymum mínum, tá eg undirvísti á handilsskúlunum báðum, var á Ferðaráðnum og ikki minni á Sendistovuni. Hevði málið frá byrjan verið Shisa Brand,

vitja okkum á: mfs.fo


broytti yrkisleiðina « íblástur eftir lesna

hevði eg ivaleyst fingið mær eina handverksútbúgving. Men Shisa Brand var ikki barnadreymurin, tað var ikki fyrr enn seinni, at Shisa Brand vann seg fremst í høvdið á mær. Mín útbúgving og mínar arbeiðs­ roynd­ir hava havt týdning. Hóast eg ikki altíð fylgi ástøðini og taki tær røttu avgerðirnar, so havi eg am­ boð­­ini og eri meira tilvitað um tað stra­­ teg­ iska arbeiði, enn eg annars vildi verið. Eisini havi eg eitt ávíst sjálv­ sálit sum eg nokk ikki hevði havt uttan hesa barlast.

og ein dagin festist ein spíri innaní mær. Nú hevði eg hugin og dirvi til at seta Shisa Brand í verðina. Navnið komu eg og táverandi starvs­ felagin, Niels, á, eitt sindur av til­vild. Í Japan nevndu tey meg Shisa, Niels legði Brand omaná, upp stóð orðaspælið "She’s a Brand". So var leyst og liðugt. Búmerki bleiv gjørt, ein Facebook síða stovnað í oktober 2008, vør­ur lagdar út, og so smátt fór sølan at vaksa. Spaku­liga. Men ferð er ikki komin á fyrr enn nú, eg satsi fult.

Er tað tað vert?

Í november 2012 fór eg til Berlin. Eg vildi vera einsamøll ímillum milli­ ónir av fólkum fyri at tvinga meg sjálva at sleppa og loyva inn­ trykk­­u­num innum. Hóast skit­ su­ bókin ikki stóð at bresta, tá ið eg kom heim, so hevur tíðin í Berlin havt av­gerandi týdning fyri Shisa Brand og meg. Eg sá aðrar møgu­­leik­ar og fekk eitt annað dirvi og hug enn áðrenn.

Eri eg betur fyri fíggjarliga nú, enn eg var fyrr? Nei, so langt frá. Er lívið lættari? Nei so avgjørt ikki. Men eri eg lukkuligari, ja so avgjørt!

Upprunin Shisa Brand byrjaði eitt sindur av tilvild. Eg havi bundið nógv, dámt at finna uppá og skapa mítt egna. Men jú meira eg skapti, meira rós fekk eg,

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

Einsamøll í Berlin

Smá­­ting sum at tað ikki nýtist at vera ein dansiringur fyri at vera før­­oy­skt. Íblásturin uttanifrá loyvdi kjarn­­­uni at koma tættari. Nógvar nýggjar vørur og snið eru komin, og Shisa Brand er vorðið greið­­­ari. Snið­ið er bliv­ið eyð­kend­ari, og uttan at eg eri vís í, at tað er rætt, so eru tey mong, sum siga seg duga at síggja, at eitt snið hjá mær er eitt Shisa Brand. Vildi eg broytt nakað, um eg var 20 og ikki 40 ár í dag? Ja kanska, kanska vildi eg verið byrjað fyrr, kanska vildi eg farið á ymisk skeið og annað. Hevði tað verið rættari – tað fái eg heldigvís aldrin at vita. Tí tá ein kensla kennist røtt, tá man følir, at man fylgir sínum dreymum og hevur tað gott – tá er at seta klapp­­­arnar eitt sindur upp og dríva á og ikki hyggja ov nógv aftur­­eftir, til høgru og vinstru og hugsa, hvat um eg hevði, tí hvat um eg hevði, verður aldrin! www.facebook.com/ShisaBrand

árgangur 02 — 177


íblástur eftir lesna » íverksetari

FAR Í GONGD

Trúgv uppá tað og halt út, so fer okkurt gott at spyrjast burturúr!

Eg eri føddur á Tvøroyri. Tók HF í 1981. Valdi síðani at fara til Tromsø í Norra í 1982 at nema mær eina útbúgving innan fiskivinnu. At valið fall á Tromsø skal síggjast í ljósinum av, at Gunvør Hoydal var lærara í fiskivinnu á HF, og hon reklameraði óført fyri Tromsø. Tá eg varð liðugur sum fiskivinnufrøðingur (Master of Fishery Science) í 1988, arbeiddi eg í hálvt ár sum vísindaligur hjálparmaður (Vit ass.) við Universitetið, men má siga, at hetta var lítið avbjóðandi fyri meg. Tá so Petur Reinert, sáli, bjóðaði mær at taka við sum stjóri á flakavirkinum Norðís á Eiði í juni 1989, ivaðist eg ikki og tók av bein­an­vegin. Var á Norðís í tvey ár og varð tá head­ hunt­ að­ ur av Føroya Banka at koma suður á Tvøroyri at leiða flakavirkið har. At koma aftur á heimstaðið og har, man eisini hevði arbeitt sum ungur var fantastiskt. Tíðirnar í Føroyum vóru sera truplar, tí Før­ oyar bókstaviliga fóru á heysin við sera stór­um menniskjaligum avleiðingum. Sjálvt um virkið gekk gott fíggjarliga, varð virkið eis­ini tvingað undir kreditorloysnina Føroya Fiska­v irking í 1993/94.

178 — Fjølnir2014

Árini 1992-94 vóru sera tung at virka sum ungur stjóri, tí so stórar rembingar vóru í samfelagnum, og danskar kreppuloysnir vórðu tvingaðar uppá vinnuna, sjálvt um man ofta onki skilti av loysnunum, sum vóru valdar. Persónliga varð ein settur undir trýst av kreditorunum, men eg tordi at siga mína meining, og tað var ikki serliga væl umtókt hesa tíðina. Tá Tvøroyrar Flakavirki kom undir hattin á Føroya Fiska­ v irk­ ing, gjørdist eg deildarleiðari fyri fesk­ fiska­ deild­ini hjá felag­num. Men eg treivst sera illa í hesum starvi, tí eg mátti gjøgnum­føra arbeiðsuppgávur, sum eg var púra ósamdur í, vóru rættar. Valdi tí í 1995 at siga meg úr starvi­­num. Hesa tíðina, eg sat sum deildarleiðari í FFV, hugsaði eg nógv um fara undir virksemi, sum eg sjálvur vildi hava ávirkan á og hug til.

Egna fyritøku Tá so møguleikin fyri at fara undir egna fyritøku beyðst á sumri 1995, ivaðist eg ikki. Saman við Marner Lisberg, Magnus Jespersen og Gudmund Mortensen stovnaðu vit

vitja okkum á: mfs.fo


Egil Olsen, Saltangará

Delta Seafood 1. juni 1995. Eg átti sjálvur ongar pengar, men við góðari hjálp frá teimum nær­mastu fekk eg skravað 200.000 kr. saman. 90 árini vóru sera trupul í Føroy­ um, og tað var torført at fáa fígging, tí bankarnir vóru farnir á heysin um hetta mundið. Vit brúktu allan parta­ peningin uppá 800.000 kr til raksturin og fingu somu upphædd til maskinellar íløgur. Vit leigaðu ein fiska­­ kjall­ ara uppá umleið 200 kvm og byrjaðu fram­leið­sluna 1. august í 1995. Longu fyrsta árið megnaðu vit at hava avlop og fingu sogar vinnings­ býti. Síðan tá hava vit ongantíð tikið út vinningsbýti, men hava brúkt vinn­ing­in til at viðka um fyritøkuna. Í 1996 kom eisini Ólavur Bjarkhamar inn sum parta­eigari í Delta Seafood.

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

Okkara styrki í Delta Seafood er fyrst og fremst okkara menniskjaliga fjøl­ broytni. Eg eri akademikarin í fyri­tøkuni, Magnus og Ólav­ur teir framleiðslukønu, Gudmund og Marn­ er teir veiðikønu. Saman eru vit eitt gott team, har kemiin okkara mill­um er sera góð. Tað er ein sannur dreym­­ur at vera við at skapa fyritøkur og hava ávirkan á hesar, uttan at onnur ”fremmand” blanda seg upp í tær dagligu av­gerð­ inar. Mín útbúgving sum fiski­ v innu­ frøð­ingur er komin mær sera væl við. Við mínum kunn­leika innan búskap, organisa­sjón, lívfrøði og fiska­evna­ frøði og mínum stóra netverki hevur tað verið lætt at gera og út­ innað góðar og áhuga­ verdar verkætlanar sam­an við mínum starvs­feløgum.

Sjálvur havi eg sitið sum nevnd­ ar­limur og for­maður í áhugafeløgum í fiski­ vinnuni. Her kunnu nevnast Føroya Ráfiskakeyparafelag og Kassa­­­miðstøðin. Havi eisini verið prosjektleiðari í verk­­­ætl­a­­num við útlendskum sam­ starvs­­­­partnar­um. Eg havi serliga áhuga í at menna gagnnýtsluna av øll­­ um tilfeinginum. Summar av hes­­ um hava givið góð úrslit sum t.d. Høvdavirkið í Leir­­vík og Faroe Marine Biotech v.fl.

Delta Seafood Persónliga haldi eg, at Delta Sea­food er ein fyritøka, sum hevur klárað seg sera væl. Frá eini byrjan sum kjallarafyritøka er Delta Sea­ food í føroyskum samanheingi ein stór fiski­v innu­f yritøka. Vit hava virk­semi

árgangur 02 — 179


íblástur eftir lesna » íverksetari

Fakta á Tvør­oyri (saltfisk), Hvalba (feskt og fryst) og í Skopum (frystar cateringvörur) og hava í miðal havt eini 250 fólk í starvi. Harafturat eiga vit ognarlut í fleiri fiski­vinnu­­fyritøkum bæði á sjógv og landi. Tann seinasta íløgan, vit gjørdu, var í uppi­sjóvar­virk­ið Varðin Pelagic. Delta Seafood hevði ein virk­nan leiklut í, at Varðin Pelagic sá dagsins ljós, og at virksemi er á Tvøroyri, og tí eru vit sera stoltir av. Sjálvur siti eg í nevndini í Varð­in Pelagic. Tað er eingin ivi í, at mín útbúgving sum fiski­v innu­ frøð­ing­ur hevur hjálpt mær sera gott í mínum praktiska yrki. Ein góð og holl teoretisk út­búgv­ing samantvinnað við sam­starvs­feløgum við drúgvum praktisk­um royndum er ein perfekt samanblanding. Haldi, at vit í Delta Seafood eru eitt gott dømi um tað. Samansetingin av ymisk­um førleikum, har allir hava virðing fyri hvørjum øðrum, skapar góð úrslit. Mítt liv sum íverkseti hevur ikki bara verið ein dansur á rósum. Tú vinnur og tú tapir. Eg havi vunnið pengar, men eisini tapt pengar. Havi ofta livað eftir einum motto, sum sigur, “at hann, sum einki vágar, hann einki vinnur”. Tað hava verið peikifingur á lofti, men tað havi eg ikki tikið so tungt, tí eg trúgvi upp á málið, sum eg setið mær og stríðist til tað sísta. Eg eri ikki vorðin ríkur peningaliga sæð. Hinvegin eri eg stoltur av at vera partur í at skapa nógv arbeiðspláss, sum onnur hava sett stóran prís uppá. Hetta er eisini vinningur og gevur einum persónligt nøgdsemi, sum eg eri ógvuliga stoltur av. So tit, sum hava áhuga fyri íverksetan, farið í gongd. Upp- og niðurtúrar koma, men ikki gevast á hálvari leið, og væntið ikki, at milliónirnar rulla inn á konto beinanvegin. Og minnist til, at vinningur ikki bert eigur at verða dømdur eftir eins egnu fíggjarligu úrslitum. Hart arbeiði er sum mangt annað avgerandi fyri at náa góðum úr­slit­um.

180 — Fjølnir2014

Av fyritøkum umframt Delta Seafood, sum eg saman við mínum starvsfeløgum hava lagt lunnar undir kunnu nevnast: P/F Sandoy Seafood (1997), P/F Suðringur (1998), P/F Faroe Marine Biotech (2003), P/F TG Seafood (2007), P/F Faroes Apama (2009), P/F Varðin Pelagic (2012), P/F Defa og P/F Holva Fish í 2013.


Stuรฐul til gransking STUร UL VERร UR LATIN t Gย SPZTLVN HSBOTLBSVN PH HSBOTL BSB MFTBOEJ t HSBOTLJOH PH NFOOJOH ร FMMB ร UJM LOรขUJ UJM Gย SPZTLBS HSBOTL JOH BS TUPWOBS PH WJOOVGZSJUย LVS t HSBOTLJOH PH NFOOJOH Jยง IBWB UรขEOJOH ร Gย SPZTLVN Iย QJ STUร UL VERร UR LATIN TIL YMISK SLร G AV VERKร TLANUM t 1I E WFSLย UMBOJS t QPTU HSBE FMMB QPTU EPD WFSL ย UMBOJS Jยง HBOHB VN รธFJSJ ร S t TNย SSJ WFSLย UMBOJS WJยง TUZUUSJ Uร ยงBS ย UMBO t HSBOTLJOHBSWFSLย UMBOJS TVN GFWOB VN WJOOVNFOOJOH PH WJOOV HSBOTLJOH

TAร ER EIN FYRIMUNUR AT t WFSLย UMBOJO GFWOJS VN TBNTUBSW NJMMVN รธFJSJ HSBOTLBSBS t WFSLย UMBOJO GFWOJS VN TBN TUBSW NJMMVN HSBOTLBSBS HSBOTL JOH BS VN IWย SWJ PH WJOOVOB TAร VERร UR KRAVT AT ร NJOTUB MBHJ WFSยงVS Gร HHK BยงVS BW ย ยงSVN FOO (SBOTL JOH BS HSVOOJ OVN 6OEBOUBL LBOO Uร HFSBTU ร IFJMU TFSMJHVN Gย SJ .JOTUBNBSL GZSJ TUVยงMJ UJM WFSL ย UMBOJS FS LS UMSร KN 6NTร L OJS TLVMB TLSJWBTU ร PZยงV CMBยง TVN LBOO IFJOUBTU ร IFJNB Tร ยงVOJ

Granskingarrรกรฐiรฐ hevur tvey hรธvuรฐsarbeiรฐsรธki: at rรกรฐgeva landstรฝri og vinnu รญ granskingarpolitiskum spuningum. at umsita Granskingargrunnin, sum veitir fรญgging til gransking og menning.

,VOOJOH VN GPSNMJH LSย W PH WFHMFJยงJOH Gย TU ร TPNV TUย ยงVN Jร TTANIN ยซSMJH Kร UUBO ร -ย H UJOHT Gร HHK BS Mร H JOJ FS VNM NJร LS .ย MU WFSยงVS VNTย LKBSVN UJM BU TFUB TFH ร TBNCBOE WJยง (SBOTL J OH BSSร ยงJยง GZSJ BU Gร B ร Uย LJMJHB Sร ยง HFWJOH ร TBN CBOEJ WJยง VN Tร LO JS OBS 6NTร LOBSGSFJTU VN NJยงKBO GFCSV BS ร IWย SKVN ร SJ

LES MEIRA ร WWW.GRANSKING.FO



LESTRARHJÁLP 184 Studni í nýggjum hølum 186 Stuðul frá Studna 190 SU Skipanin 196 Føroyafrádráttur 198 Full skattskylda Í Føroyum 200 Prógvið ikki sum ætlað? supplera 202 Supplering í Føroyum 203 Ráðgevingin í Danmark 204 Erasmus 208 Málslig fyrireikingarskeið 210 Nordplus 211 Flogvit stuðul 212 Ó 214 RØKK - føroysk lesandi á RUC 216 Samvinnan - føroysk lesandi á CBS 218 FÚL – Felag fyri løgfrøðilesandi 220 BÚK – Felag fyri búskaparfrøðilesandi 222 Leinkjan.fo


lestrarhjálp

» Stuðulsstovnurin nýggj høli

» TALGILD OG Í NÝGGJUM HØLUM

Skrivað: Rutt Winther Poulsen Lesur: Samskiftið, Roskilde Universitet Búsitandi í Tórshavn

Studni í nýggjum hølum Tey ið hava verið á miðnám, undir hægri út­ búgv­­ing í Før­oy­­um ella uttanfyri norðanlond, hava flest øll fingið stuðul frá Studna á ein ella annan hátt. Studni er sjálvstøðugur stovnur undir Menta­­mála­­ráð­num og einasti stovnur av sín­­um slag. Síðani Studni varð sett á stovn í 1988, hava tey hildið til í Mentamálaráðnum, á Hoyvíksvegnum, men vegna plásstrot, fekk Studni boðið at flyta oman í miðbýin. Hús­ini, sum nú eru nýggir karmar um arbeiði hjá Studna, liggja á Hoydalsvegi 1, millum KFUM og Havnará. Húsini eru eini gomul sethús frá 1914, sum Oluf Olsen, fyrrverandi blaðstjóri á Dimma­

184 — Fjølnir2014

lætting, lat byggja. Jóanes í Stóru­stovu keypti húsini í 1918, og seinni yvirtók land­ið húsini, og í fleiri ár vórðu tey leigað út til lesandi (kelda: Studni.fo). Í desember 2010 var eldur í húsunum, og tískil var neyðugt við um­ væl­­ing áðrenn Studni kundi flyta inn. Tað er Húsavarðatænastan, sum hevur umvælt eftir tekningum hjá Bárði í Baianstovu frá Lands­­ verk. Uttaná eru húsini ikki broytt, og tey bera enn eyðkenda, reyða litin, men inn­an eru tey inrættað til arbeiði hjá Studna, millum annað sita øll starvsfólkini á niðaru hædd­ini. “Virksemið sjálvt er ikki broytt, men tað

vitja okkum á: mfs.fo


Stuðulsstovnurin nýggj høli « lestrarhjálp

Neyvari kunning um stuðulsmøguleikarnar fæst á www.studni.fo Fyrivarni verður tikið fyri broytingum.

ger altíð mun at vera flutt í egin hølir” sigur Terji á Lakjuni, stjóri á Studna, “vit liggja nú mitt í býnum og eru tískil blivin meira sjón­lig, og tað ger, at fleiri detta inn á gólvið enn fyrr.”

Keldur Studni.fo, landsverk.fo, Terji á Lakjuni, Studni

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

MÍNBOKS.fo

miðja ímóti at fáa allar umsóknir digitalar

Í august 2013 varð avgjørt, at lesandi, sum søkja um lest­ rar­stuðul frá studna, skulu gera hetta umvegis mínboks. Mín­ boks, sum er stovnað av Elektron og Posta, er ein per­s­ónligur postkassi á netinum, sum trygt kann nýtast til at samskifta við virkir og stovnar. Terji á Lakjuni, stjóri á Studna, er glaður fyri broytingina: “Kring okkum hava onn­ur norðanlond í fleiri ár nýtt digitalar umsóknir, so tað var uppá tíðina at vit í Føroyum fluttu okkum sama veg. Nýggja mannagongdin ger tað lættari hjá teimum sum søkja um stuðul og samstundis lættir tað nógv um arbeiði hjá okk­um, sum viðgera umsóknirnar. Tað er kostnaðarmikið at digi­tali­sera eina heila skipan, men vit miðja ímóti at fáa allar um­sóknir digitalar.” Sum flestum kunnugt, fullu tøknin og mínboks ikki í góða jørð hjá øllum. Fleiri vóru ónøgd við, at Studni kundi krevja, at øll skulu hava netbanka fyri at kunna søkja um stuðul. Reglugerðin varð skjótt rættað, og nú er møguligt at logga inn á mínboks uttan at hava netbanka. Einasta, sum krevst, er MínLykil, sum øll kunnu stovna sær á minboks.fo. MínLykil er ein innritanarlykil til mínboks og aðrar heima­ síður, og hann er ótengdur at nøkrum netbanka.

Keldur minboks.fo, studni.fo, Terji á Lakjuni, Studni, in.fo

árgangur 02 — 185


lestrarhjálp » stuðul frá studna

» STUDNINGUR

Jógvan Svabo Samulesen legði til rættis Neyvari kunning um stuðulsmøguleikarnar fæst á www.studni.fo Fyrivarni verður tikið fyri broytingum.

stuðul frá Studna Nógv tann størsti parturin av stuðlinum, ið Studni letur, verður latin til lesandi í Føroyum.

stuðul til lesandi í føroyum

Nógv tann størsti parturin av stuðl­ ­ inum, ið Studni letur, verður latin til lesandi í Føroyum.

um mánaðin fyri hvørt barn­ið undir 18 ár. Um tú ert einsamallur uppihaldari at barni/børnum undir 18 ár fæst harafturat kr. 1.532 um mánað­in.

Ert tú undir 18 ár fært tú bóka-studn­ ing – kr. 3.642 um árið. Upp­fyllir tú Øll lesandi, ið hava rætt til stuðul frá treytirnar fyri at fáa vist­ar­haldsstudning, Studna og sum nýta Strand­ fara­­ skip kanst tú eisini fáa kr. 2.544 um mánaðin. Landsins, kunnu søkja um ferða­ ­ studning innanoyggja. Hetta er serlig Ert tú 18 ár ella eldri fært tú studning skipan, sum gevur øllum les­ andi til livikostnað – kr. 1.838 um mánaðin, møguleika at ferðast til og frá skúla fyri og tú hevur møgu­leika at taka lestrarlán sama kostnað. á kr. 2.419 um mánaðin. Ferðastudningur til verkætlan er Um tú tekur eina hægri útbúgving ella studningur til lesandi føroyingar á hægri styttri vinnuførleikagevandi útbúgving, útbúgvingum í Føroyum og uttanlands í ert forsyrgjari ella kanst skjalprógva samband við størri verkætlanir, ið skulu útreiðslur av egn­um bústaði, fært tú kr. gerðast í øðrum landi enn lestrarlandinum. 3.815 um mánaðin til livikostnað. Eigur tú børn, fært tú barnastudning – kr. 766

186 — Fjølnir2014

vitja okkum á: mfs.fo


stuðul frá studna « lestrarhjálp

Uppgerð av ÚSUN'arum 1. nov. 2013 Skotland

42

20,6%

Ongland

75

36,8%

Wales

3

1,5%

Týskland

2

1,0%

Frankaríkið

1

0,5%

Pólland

25

12,3%

Spania

9

4,4%

Holland

1

0,5%

Ungarn

2

1,0%

Rumenia

1

0,5%

Ísrael

1

0,5%

USA

24

11,8%

Australia

8

3,9%

New Zealand

1

0,5%

Brasilia

1

0,5%

Meksiko

1

0,5%

Ecuador

1

0,5%

Japan

1

0,5%

Tailand

2

1,0%

Kina

3

1,5%

204

100,0%

Tilsamans

Tølini við støði í skúlagjaldsútgjøldunum, Tølini eru eru gjørd gjørd við støði í skúlagjaldsútgjøldum, tótó í í Skotlandi við støði í ferðastudningsumsóknum. Skotlandi við støði í ferðastudningsumsóknum. Kelda: Studni november 2013 Kelda: Studni – –november 2013

Føroyingar á hægri útbúgvingum uttanlands - býtt á landafrøðilig kyn og skúlaár

Tølini eru gjørd við støði í ferðastuðlinum – øll á hægri útbúgvingum, ið hava fingið stuðulin í skúlaárinum, eru tald við. Kelda: Studni – oktober 2013

Føroyingar á hægri útbúgvingum - býtt á landafrøðilig øki og skúlaár

Tølini fyri lesandi í Føroyum eru gjørd við støði í mánaðarliga lestarstuðlinum - øll á hægri útbúgvingum, ið hava fingið stuðulin í skúlaárinum, eru tald við. Tølini fyri lesandi uttanlands eru gjørd við støði í ferðastuðlinum - øll á hægri útbúgvingum, ið hava fingið stuðulin í skúlaárinum, eru tald við.

Kelda: Studni – feb. 2014

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

árgangur 02 — 187


lestrarhjálp » stuðul frá studna

Kynsbýti av lesandi føroyingum áKynsbýti hægri útbúgvingum í Føroyum uttanlands av lesandi føroyingum á hægri útbúgvingumog í Føroyum og uttanlands 2010/11 Kvinnur

Menn

2011/12 Í alt

Í Føroyum

380 44% 493 56%

Uttanlands

756 61% 484 39% 1240

Í alt

Kvinnur

Menn

Kvinnur

Menn

Í alt

903

405 41% 578

59%

983

967 60% 656 40% 1623

921 60% 620

40%

1541

1136 54% 977 46% 2113 1363 54% 1163 46% 2526 1326 53% 1198 47%

2524

873

396 44% 507 56%

2012/13 Í alt

Tølini eru fyri lesandi í Føroyum eru gjørd við støði í mánaðarliga lestrarstuðlinum - øll á hægri útbúgvingum, ið hava fingið stuðulin í skúlaárinum, eru tald við. Tølini fyri lesandi uttanlands eru gjørd við støði í ferðastulinum – øll á hægri útbúgvingum, ið hava fingið Tølini fyri lesandi í Føroyum eru gjørd við støði í mánaðarliga lestarstuðlinum - øll á hægri stuðulin í skúlaárinum, eru tald við. útbúgvingum, ið hava fingið stuðulin í skúlaárinum, eru tald við. Tølini fyri lesandi uttanlands Kelda: Studni – oktober 2014

eru gjørd við støði í ferðastuðlinum - øll á hægri útbúgvingum, ið hava fingið stuðulin í skúlaárinum, eru tald við.

• ÚSUN-skipanin ein2014 skipan fyri tey, ið lesa febr. Kelda: Studni – er hægri lestur uttanfyri Norðurlond. Gjøgnum hesa skipan er møguleiki at fáa stuðul til skúla­g jald og livikostnað, í ávísum førum, har hesin stuðul ikki fæst frá SU. • Ferðastudningur uttanlands, sum er ein studn­ing­ur til eina ferð heim til Føroya eina ferð um árið fyri tann lesandi og børn hennara ella hansara.

Føroyingar á hægri útbúgvingum í Føroyum - býtt á landafrøðilig kyn og skúlaár

• Verkætlanarstudningur, ið eisini er ein ferða­ studn­ing­­ur, men í hesum førinum er talan um ferðastudning til eina verkætlan, ið skal gerast í øðrum landi enn lestrarlandinum. • Stuðul til málslig fyrireikingarskeið. Henda skipan veitir stuðul til málslig fyri­ reik­ ing­ ar­skeið til hægri lestur í ikki enskt-talandi lond­­ um uttanfyri Norðurlond, og er ætlað teim­um, ið hava ætlanir um at lesa hægri lest­ ur í hesum londum. • Stuðul í serligum førum í Norðurlondum. Henda skipan veitir stuðul í serligum førum til livikostnað og í heilt serligum førum til skúla­g jald í Norðurlondum.

188 — Fjølnir2014

Tølini eru gjørd við støði í ferðastuðlinum – øll á hægri útbúgvingum, ið hava fingið stuðulin í skúlaárinum, eru tald við. Kelda: Studni – oktober 2013

vitja okkum á: mfs.fo


5 umberingar

fyri ikki at fara undir víðari útbúgving uttanlands... 1. Eg dugi ikki væl mál Tað er júst tí tú skalt læra teg tað, og besta staðið at læra teg málið, er har tað tú brúkar málið í tí dagliga. Ert tú í einum ikki enskt talandi landi, ber til at søkja stuðul at luttaka á ymiskum mál skeiðum. Tað vísur seg ofta, at tú ert betur enn tú helt teg vera!

(Týtt til føroyskt: Fjølnir)

2. Eg havi ikki ráð So er ikki at stúra, stuðulsmøguleikarnir eru ógvuliga góðir – bæði frá SU og Studna. Eisini eru legatir, grunnar og scholarships á teimum ymisku útbúgvingar støðinum. Hettar kann verða íløgan til títt dreymastarv. 3. Eg eri ikki nakar EINSTEIN Útbúgvingarstøðini ynskja at finna góðar orsøkir til, at taka teg inn á skúlan, og ikki ummvent. At vera lesandi uttanlands gevur tær nakað heilt persónligt, enn bara at vera lesanadi. Tú kemur at standa á tínum egnum beini, sum mennir teg nógv sum persón.

4. Eg eri eitt sindur smæðin eg kenni ongan annan sum lesur har Øll fáa gleði av at læra annað mál, og læra aðra mentan at kenna. Lesandi koma frá nógvum ymsikum støðum í heiminum, og eru øll felags um tær avbjóðingar sum liggja fyri framman í lesnaðinum, og at fáa nýggjar vinir. Eisini er tað lætt og bíligt, at halda samband við títt netverk heima. 5. Eg havi ikki tíð beint nú Tað er nú tú hevur møguleikan, so leyp út í tað, áðrenn tú fært dýrar vanar og stóra ábyrgd. Tú fært ymsikar royndir, sum tú nokk ongatíð fer at gloyma. Um tú ikki ynskir, at taka alla útbúgving uttanlands, hevur tú altíð møguleikan at taka 1 ár ella 1/2 ár sum skiftislestur. Eisini hevur tú møguleika at taka ymsik summarskeið. ask_logo.pdf

1

10/07/12

14.57


lestrarhjálp » SU-skipanin

» FÍGGJARLIG VIÐURSKIFTI

SU-SKIPANIN Skrivað hevur: Katrin D. Apol

At fara undir lesnað er ikki ókeypis, men vit føroyingar eru so mikið hepnir, at vit hava nakrar av heimsins bestu stuðulsskipanum. Fyri at dyrgja upp undir at fólk útbúgva seg, verður nevniliga stuðul latin undir útbúgvingartíðini. Føroyingar kunnu koma undir ymsar stuðulsskipanir alt eftir hvar í heiminum teir lesa, men flestu teirra koma undir donsku SU-skipanina, sum stendur fyri Statens Udannelsesstøtte. SU-skipanin kann vera trupul at finna runt í, her kanst tú fáa innlit í, hvussu skipanin er uppbygd, og hvussu hon virkar.

190 — Fjølnir2014

vitja okkum á: mfs.fo


SU-skipanin « lestrarhjálp

HVAT ER SU? SU er ein fíggjarlig hjálp, sum tú kanst fáa,

meðan tú ert undir útbúgving, og hesin stuðulin skal ikki gjaldast aftur, men er eitt slag av løn til tín, meðan tú ert undir útbúgving. Um tú hinvegin velur at leggja SU-lán afturat studninginum, so skal hetta rindast aftur eftir loknan lesnað. Føroyingar undir hægri lestri uttan fyri Føroyar fáa stuðul eftir somu treytum sum aðrir danskir ríkisborg-arar. Sum útgangsstøði kann sigast, at tú kanst fáa SU-stuðul til alla útbúgvingina, men um tú ert løntur undir útbúgvingini, fært tú ikki SU. Um bert ein partur av útbúgvingini er løntur, eitt nú undir starvsvenjing, verður SU-stuðul latin í óløntu undirvísingartíðini

NORÐURLOND Sum nevnt fáa føroyingar undir lestri uttan

fyri Føroyar studning frá SU-styrelsen eftir somu treytum sum danir. Í Danmark er tí rættiliga greitt, hvørjar reglur eru galdandi, men ymisk krøv eru tó, sum skulu lúkast, fyri at stuðul kann verða latin. Fyrst og fremst skal útbúgvingin vera SU-heimilað. SU-Styrelsen hevur eina greiða reglugerð um, hvørjar útbúgvingar í Danmark verða góðkendar. Meginreglan er tó, at allar alment góðkendar útbúgvingar eru SU-heimilaðar, um útbúgvingin fer fram á einum alment góðkendum útbúgvingarstovni.

Undirvísingin skal vera fulltíðarundirvísing og vara í minst tríggjar sam­anhangandi mánaðir. Tó ber til at fáa SU-studning, um tú supp­lerar í minst ein mánaða. Spyr á SU-skrivstovuni, um tú vilt vita meira um SU-stuðul til supplering. SU-stuðul verður bert veitt­ ur teimum, ið hava tørv á tí. Hetta merkir, at tú ikki kanst tjena óavmarkað við síðuna av studninginum. Les meira um tað í næstu greinini. At enda er tað ein treyt, at útbúgvingin skal geva vinnu­ førleika í Danmark. Fyri at fáa studning til privatar útbúgvingar í Danmark er neyðugt, at Undirvísingarmálaráðið góðkennir útbúgvingina. Á www.su.dk er eisini ein listi, sum vísir, hvørjar útbúgvingar geva rætt til studning. Í Norðurlondunum fáa føroyingar SU-stuðul eins og aðrir danskir ríkis­ borgarar, t.v.s. at føroyingar, sum lesa í øðrum Norðurlondum enn Danmark, eisini fáa stuðul úr Danmark alla útbúgvingartíðina. Treyt­ i­ rnar fyri at fáa stuðul eru á leið tær somu, sum eru galdandi fyri útbúgvingar í Danmark. Tó er ein munur, at útbúgvingin skal vara minst eitt óslitið lestrarár. »

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

MINST TIL um tú velur at leggja SU-lán afturat studninginum, so skal hetta rindast aftur eftir loknan lesnað árgangur 02 — 191


lestrarhjálp » SU-skipanin

ONNUR LOND Føroyingar, ið velja at lesa uttan fyri Norðurlond, fáa eisini SU-stuðul úr Danmark, um útbúgvingin verður góðkend av SU-Styrelsen. Her skal tó viðmerkjast, at SU-stuðul bert verður latin haðani í fýra ár, men um tann lesandi uppfyllir kravið um tilknýti til Føroyar, veitir Stuðulsstovnurin eftir hetta lestrarstuðul í upp til eitt ár yvir ásetta lestrartíð. Upphæddin frá Stuðulsstovninum er altíð tann sama, sum verður veitt til hægri lestur í Føroyum (ÚS-stuðul), og møguleiki er eisini at taka lestrarlán haðani. Útbúgvingin og útbúgvingarstaðið skulu sum nevnt vera góðkend alment í lestrarlandinum. Tað merkir, at antin Undirvísingarmálaráðið ella ein annar egnaður umsjónarligur myndugleiki skal góðkenna tey. Um­framt

192 — Fjølnir2014

hetta skal eisini góðkenning til frá donsku myndug­leiku­ num (SU-Styrelsen), áðrenn tú eigur rætt til studning. Í hvørjum einstøkum føri er tí neyðugt at kanna, um lestrarstovnurin er góðkendur ella í øðrum føri søkja um góðkenning hjá uttanlandsdeildini hjá SU-Styrelsen. Tað er møguligt at søkja um góðkenning, sjálvt um tú ikki longu ert upptikin við lærustovnin. Minst til at søkja um góðkenning í góðari tíð, tí tað kann taka rættiliga langa tíð at avgreiða tílíkar umsóknir, tá størsta trýstið er á SU-Styrelsen. Bert útbúgvingar, ið geva vanligan vinnuførleika í Danmark, verða heimilaðar. Tvær ferðir um árið er neyðugt at senda váttan úr útlandinum til SU-styrelsen um, at tú ert lestrarvirkin. Um hetta ikki verður gjørt, fært tú ongan studning. Annars eru treytirnar so at siga tær somu sum í Danmark og hinum Norðurlondunum.

vitja okkum á: mfs.fo


SU-skipanin « lestrarhjálp

Søk SU skjótast til ber! Tú kanst tó í fyrsta lagi søkja SU, tá tú veitst, at tú ert sloppin inn á eina útbúgving, so tá er at gera skjótt av!

STUTT LESTRARUPPIHALD UTTANLANDS Um tú t.d. tekur eina útbúgving í Danmark, er eisini møguligt at taka SU-stuðulin við tær til onnur lond, um tú eitt nú kundi hugsað tær at tikið ein part av útbúgvingini aðra staðni. Treytin er tó, at lestraruppihaldið uttanlands er liður í tíni donsku útbúgving, og at tað frammanundan er góðkent av útbúgvingarstovninum í Danmark sum góðskrivaður partur av útbúgvingini. Um eitt lestraruppihald uttanlands í eitt ár bert góðskrivar tær eitt hálvt ár í donsku útbúgvingini, fært tú bert SU til eitt hálvt ár. Legg til merkis, at í hesum førinum er tað einstaka útbúgvingarstaðið, har tú lesur, og ikki SU-Styrelsen, ið ger av, um lestraruppihald uttanlands verða góðkend.

tað sonevnda CPR-nummarið. Tí er eitt tað fyrsta, tú eigur at minnast til, tá tú flytur av landinum í út­ búgvingarørindum, at fáa eitt dan­ skt cpr-nummar, um tú ikki longu hevur eitt. Legg væl til merkis, at neyðugt er eisini við einum donskum CPR-nummari, sjálvt um tú fert aðrastaðni enn til Danmarkar at lesa. Í tílíkum føri útvegar SU tí lesandi eitt CPR-nummar frá Frederiksberg kommunu, har SU-styrelsen hevur heimabústað.

MANNAGONGD

Um tú flytur til Danmarkar at lesa, kanst tú ikki fáa eitt CPR-nummar, fyrrenn tú hevur fingið ein bústað. Av tí sama noyðast nógv at fáa sær ein c/o bústað hjá onkrum tey kenna, tí tað kann ofta vera torført at finna nakað at búgva í. CPR-nummarið er fortreytin fyri so at siga øllum veitingum og tænastum í Danmark, so tú kemur ikki langt uttan eitt slíkt. Tí er neyðugt beinanvegin at kunna vísa á ein bústað.

Áðrenn tú fert úr Føroyum, mást tú at fara á heimstaðarkommununa at boða frá flyting. Har fært tú at vita, hvussu tú bert teg at við pap­ pírsarbeiði o.ø., alt eftir, hvat land tú flytur til. Tú kanst undir ongum umstøðum fáa útgoldnan SU-stuðul, um tú ikki hevur eitt danskt P-tal -

Søk SU skjótast til ber! Tú kanst tó í fyrsta lagi søkja SU, tá tú veitst, at tú ert sloppin inn á eina útbúgving, so tá er at gera skjótt av! Søkjast kann ikki við afturvirkandi kraft, men um umsóknin er latin inn rætt­stundis, so fært tú útgjald við aftur­v irk­andi

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

kraft. Søk eisini, hóast tú enn ikki hevur fingið tær eitt cpr-numm­ ar, tí so er umsóknin komin inn rætt­ stundis! Ofta kann ganga nakað av tíð, áðrenn umsóknin kemur ígjøg­ num fyrstu ferð, orsakað av stóra trýsti­ num á SU-Styrelsen serliga í august og september. Tískil er gott at hava nakað av peningi við at klára seg fyri ta fyrstu tíðina. Søkjast kann bert ígjøgnum heima­ síðuna hjá SU – www.su.dk. Tú skal tá velja minSU. Fyri at kunna nýta minSU skal tú hava eitt NemID – sí www.nemid.nu. Og fyri at kunna fáa eitt ”NemID” skal tú hava danskt CPR-nummar. So tí skulu øll tey, ið ikki hava danskt CPR-nummar senda ein teldupost til su@su.dk, og fortelja teimum 1) hvønn statsborgaraskap tey hava (føroyskan/danskan), 2) á hvørjum skúla tey skulu lesa á, og 3) hvar tey búgva. Síðani sendir SU ein teldupost aftur til tín, har nærri verður greitt frá hvussu farast skal fram. Send teldupostin til su@su.dk skjótast til ber, tí so ert tú skrásettur hjá SU, og hevur rætt til SU frá tí degnum. Tú kanst ikki fáa SU fyri tíðina áðrenn tú bleiv skrásettur hjá SU, sjálvt um tú vart undir útbúgving tá. »

árgangur 02 — 193


lestrarhjálp » SU-skipanin

KLIPPIKORTIÐ

SKATTUR

SU-skipanin verður vanliga umtalað sum ein klippi­ korts­skip­an, har ein mánaður svarar til eitt klipp. Øll les­andi á hægri lærustovni fáa klipp til eitt ár afturat ásettu lestrartíðini. Um lestrartíðin eitt nú er fimm ár, fæst sostatt stuðul til seks ár ella 70 klipp (bert 10 klipp til seinasta lestrarárið).

Studningurin frá SU er skattskyldug A-inntøka, men verður ikki roknað sum arbeiðsinntøka. Tað merkir, at R-frádrátturin (sí grein um R-frádrátt) ikki kann nýtast í samband við skattingina av SU-útgjaldinum. Skatturin verður drigin frá studninginum, áðrenn hann verður útgoldin. Um tú onga inntøku hevur við síðuna av, liggur skatturin um 600 kr. um mánaðin. SU-styrelsen fær upplýsingar um skattin hjá tí einstaka frá skattamyndugleikunum. Hesar upplýsingar verða nýttar at rokna skattin eftir, og tú fært á hvørjum ári eina uppgerð frá SU við útrokningargrundarlagnum. Um upplýsingarnir ikki eru rættir, er tað tín egna skylda at boða skattamyndugleikunum frá. Tó eru skatta­ viður­skift­ini ikki tey somu, um viðkomandi er lesandi uttan­fyri Norðurlond, tí har verður inntøka uttanfyri ríkið, har viðkomandi lesur, ikki skattað, t.v.s. at SU verður ikki skattað. Sí eisini www.taks.fo.

Møguligt er at fáa eyka klipp t.d. í samband við álvarsama sjúku ella í samband við studentapolitiskt arbeiði, t.d. MFS-arbeiði. SU-myndugleikarnir skulu góðkenna hesi málini í hvørjum einstøkum føri sær. Um tú skiftir útbúgving, ber ikki til at fáa eyka klipp. Klippini frá fyrru útbúgvingini verða sostatt drigin frá samlaða talinum á klippum til nýggju útbúgvingina. Tað merkir, at um tú skiftir útbúgving eftir tvey ár og velur at byrja eina nýggja útbúgving, sum er ásett til fimm ár, so kemur tú at vanta klipp til seinasta lestrarárið.

LESTRARLÁN Um tú gongur á eini útbúgving, ið gevur rætt til SUstuðul, hevur tú møguleika at søkja SU-lán. SU arbeiðir við tveimum ymsum lánum: Lestrarlán og sluttlán. Fyri bæði lánini er galdandi, at tú lænir eina fasta upphædd hvønn mánað, og í báðum førum er galdandi, at tú skalt

194 — Fjølnir2014

afturrinda lánið, tá tú ert liðug/ur at lesa. Eingin skattur skal gjaldast av hesum lánunum. Lestrarlánið er hugsað sum eitt ískoyti til SU-stuðulin, og kann hetta vera ein góð hjálp hjá teimum, sum einki arbeiði hava við síðuna av lestrinum og tískil møguliga

vitja okkum á: mfs.fo


SU-skipanin « lestrarhjálp

eina tronga fíggjarstøðu. Lestrarlán kann einans veitast, um tú samstundis fært SU-stuðul. Tað merkir, at um tú velur studningin frá ein mánað, so kanst tú heldur ikki fáa lán. Um tú hevur brúkt øll tey tillutaðu klippini, kanst tú heldur ikki fáa lestrarlán. Tá ber í staðin til at fáa sluttlán. Sluttlán kann einans veitast, um tú hevur brúkt øll klippini á klippikortinum, og tað verður einans latið til seinastu 12 mánaðirnar av útbúgvingini. Tað merkir, at útbúgvingarstaðið skal vátta, at tú kanst verða liðug/ur við útbúgvingina innan teir 12 mánaðirnar. Men tú velur sjálvur um tað skal verða endin av bachelorútbúgvingini, kandidatútbúgvingini, ella partvís av báðum. Hetta kemst av, at bachelor- og kandidatútbúgving eru roknað sum hvør sín útbúgving. Í dag fáast neyvan bíligari lán enn lestrarlánini, og treytirnar eru lagaligar. Tó er av stórum týdningi at hava við í tonkunum, at lánið sjálvsagt skal rindast aftur. Tey eru eisini mong, ið noyðast at stríðast í nógv ár at gjalda lánið aftur eftir lokna útbúgving, so hugsa teg um meira enn eina ferð, tá tú fyrstu ferð umhugsar at taka lestrarlán.

AFTURRINDAN AV LÁNUNUM Tá tú ert liðug/ur at lesa, skalt tú rinda lánið aftur. Tað er Økonomistyrelsen, sum stendur fyri umsitingini, rentunum og afturrindanini av lánunum. Nær aftur­ rinda­nin skal byrja er tengt at, hvat lán talan er um. Van­liga skalt tú byrja at gjalda aftur 1. januar árið eftir inni­verandi ár, sum tú ert liðug/ur. T.v.s. um tú t.d. verð­ ur liðug/ur 30. juni 2014, skalt tú byrja at rinda lánið aftur 1. januar 2015. Tú fært boð frá Økonomistyrelsen, tá tú skalt byrja at rinda aftur, men tað letur seg eisini gera at rinda aftur áðrenn tíðina.

NÆRRI UPPLÝSINGAR Henda greinin er ætlað at geva tær eitt innlit í, hvussu SU-skipanin er uppbygd og hvussu hon virkar. Øll viðurskifti eru ikki nevnd í greinini, men tú kanst venda tær SU-skrivstovuna á útbúgvingarstovninum, har tú ætlar at byrja at lesa. Um tú skalt aðrastaðni enn til Dan-

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

markar, kanst tú venda tær til uttanlandsdeildina hjá SU. Annars er heimasíðan hjá SU-Styrelsen rættiliga góð og gevur neyvar upplýsingar um flestu viðurskifti : www. su.dk. Tú kanst eisini venda tær til Ráðgevingina fyri føroyingar í Danmark: www.radgevingin.dk

árgangur 02 — 195


lestrarhjálp

» føroyafrádráttur

» FÍGGJARLIG VIÐURSKIFTI

Skrivað: Birita í Dali Lesur: Scient.pol á

FøroyaFRádráttur

Københavns Universitet Er av Tvøroyri, búsitandi í Keypmannahavn biritadali@hotmail.com

HVAT ER FØROYAFRÁDRÁTTUR? Føroyafrádrátturin er ein serligur skattafrá­­ dráttur ið kann játtast føroyskum lesandi í Norðurlondum, um ávísar treytir eru loknar. Frádrátturin er heimiðlaður í norðurlendsku skattaavtaluni artikel 20 og tilhoyrandi protokol: lov nr. 190 af 12/03/1997, lov om indgåelse af dobbelt­be­ skat­nings­overenskomst mellem de nordiske lande.

TREYTIR Um tú hevur spurningar viðvíkjandi føroyafrádrátti, ert tú vælkomin at venda tær til Ráðgevingina fyri føroyingar í Danmark. Ráðgevingin hevur hollan kunnleika og drúgvar royndir á hesum økinum. www.radgevingin.dk

196 — Fjølnir2014

Høvuðstreytirnar fyri at fáa føroyafrádrátt eru hesar:

• • •

at tú var búsitandi í føroyum, áðrenn flytingina til lestrarlandið. at uppihaldið í lestrarlandinum er fyri­bils í lestrarørindum. at tú ikki hevur eina útbúgving (kompe­ tance­gevandi) frammanundan. • at tú ikki hevur uppihildið tær í lestrar­ landi­num í meira enn 6 mánaðir áðrenn lestur­in byrjar.

ERU UNDANTØK? Tað eru undantøk frá treytini um at tú ikki má hava eina kompetancegevandi út­búgv­ ing frammanundan. Serliga har talan er um eina saman­ hangandi útbúgvingarætlan, har partar av útbúgvingini eru kom­ pe­­­­tance­gevandi. Set teg í samband við Ráð­­­gev­ing­ina og fá nærri at vita um und­ an­­tøkini.

HVUSSU STÓRUR ER FØROYAFRÁDRÁTTURIN? Fyri ár 2008 er føroyafrádrátturin uppá 71.000 kr. í Danmark. Í hinum norð­an­ lond­­­unum er upphæddin ein onnur, so spyr á skattakontórinum í teirri komm- unu­ni, tú flytir til. Um tú bert er undir útbúgving ein part av árinum verður frádrátturin lutfalsliga minni, tað vil siga, um tú t.d. flytur til Dan­markar 1. sep. og byrjar at lesa tá, fært tú ein frádrátt uppá 4/12 av teimum 71.000 kr., tí tá eru bert 4 mánaðir eftir av árinum. Umframt føroyafrádráttin hevur tú rætt til persónsfrádrátt, rentufrádrátt v.m.

vitja okkum á: mfs.fo


føroyafrádráttur « lestrarhjálp

Føroyafrádrátturin er ein serligur skattafrádráttur ið kann játtast føroyskum lesandi í Norðurlondum, um ávísar treytir eru loknar.

HVUSSU FÁI EG FØROYAFRÁDRÁTT?

KANN FØROYAFRÁDRÁTTUR NÝTAST TIL SU?

Tú skalt venda tær til skattamyndugleikarnar í kommun­uni har tú býrt. Í summum kommunum hava tey eina uttanlandadeild/specialligning sum umsitir før­ oya­­frádráttin.

Nei, føroyafrádráttur kann bert nýtast til arbeiðs­inn­ tøku. Tú kemur sostatt til at gjalda vanligan skatt av SU. Sam­ bært dupultskattaavtaluni kann føroyafrádráttur bert nýtast til inntøkur, sum koma undir heitið: ”Veder­ lag for tjenesteydelser”.

Greið frá

• • •

at tú er føroyingur undir útbúgving. at tú hevur eina inntøku, sum tú søkir føroyafrádrátt (færøfradrag) til. at tú ætlar tær heim aftaná loknan lestur.

Minst til

• at hava skjalprógv fyri at tú ert undir útbúgving við. Lestrarkort, lærusáttmála ella annað prógv. • at føroyafrádráttur skal søkjast á hvørjum ári.

UM TÚ FÆRT NOKTAÐ FØROYAFRÁDRÁTT Um skattamyndugleikarnir nokta tær føroyafrádrátt hevur tú rætt til at fáa eina skrivliga grundgeving. Vend tær síðani til Ráðgevingina fyri at vita um grundgevingin fyri noktilsi er røtt.

HVUSSU LEINGI? Tú hevur rætt til frádrátt so leingi tú lesur og lestartíðin heldur seg innan fyri normeraðu lestrartíðini + 2 ár.

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

JÁLVUPPGÁVA OG FØROYAFRÁDRÁTTUR Sjálvt um tú hevur fingið føroyafrádrátt á for­skuds­ op­gør­elsen/skattakortinum skalt tú minnast til at skriva føroya­frádráttin á sjálvuppgávuna undir teigin: ”andre ligningsmæssige fradrag”. Annars fært tú ikki føroya­frádráttin við í ársuppgerðini og úrslitið verður ein skattarokning í staðin. Tað gongur sostatt ikki auto­matiskt.

UM TÚ IKKI FERT HEIM Høvuðstreytin fyri at fáa føroyafrádrátt er, at tú ert í lestrarlandinum fyribils í lestrarørindum. Tað merkir, at frá tí degi tú avgerð ikki at fara heim aftaná loknan lestur, hevur tú ikki rætt til føroyafrádrátt longur. Um tú gevst ella ert liðug/ur at lesa og gert av at verða í landin- um, er ikki lógarheimild fyri at krevja peningin aftur. Fært tú trupulleikar í hesum sambandi, so vend tær til Ráðgevingina. Minst til ikki at nýta skatta-kort við føroyafrádrátti aftan á loknan lestur. Tú skalt hava eitt nýtt skattakort.

árgangur 02 — 197


lestrarhjálp » full skattaskylda í føroyum

» FÍGGJARLIG VIÐURSKIFTI

Jógvan Svabo Samulesen legði til rættis Neyvari kunning um stuðulsmøguleikarnar fæst á www.studni.fo Fyrivarni verður tikið fyri broytingum.

FULL SKATTASKYLDA Í FØROYUM Størsti fyrimunurin hjá føroyskum lesandi uttanlands av at varðveita føroysku skatt­ skylduna er, at tá sleppur hin lesandi und­­ an at verða avmarkað skattskyldugur tvs. 42,5% í skatti av brutto­ inn­ tøkuni um arbeitt verð­ur í Føroyum í t.d. summ­­ar­frí­tíð­ ini. Ístaðin fáa tey lesandi sum fult skatt­­skyldug rætt til botnfrádrátt (30.000 kr.) í inn­tøkuni. Frá­ drátt­­­urin verður har­­­­ um­framt trekt­ur fult út frá inn­tøkuni bein­an­­vegin. Vanligt er annars at býta frá­­dráttin javnt út á árið. Føroyski skattastigin er soleiðis, at eingin kommunuskattur verður roknaður

198 — Fjølnir2014

av teimum fyrstu 30.000 kr (2011). Tað er tí altíð eitt gott hugskot at søkja um at koma undir fulla skattskyldu, sjálvt um tú ikki ert vís í at fáa arbeiði í Føroyum. Toll- og Skattstova Føroya hevur út­giv­ið ein faldara um m.a. hesi viðurskifti “Hvussu verður við skattskylduni tá flutt verð­ ur úr Føroyum”. Um tú ynskir meira upp­ lýsingar um hetta, kanst tú venda tær til TAKS fyri at frætta meira. Umsóknarblaðið hesum við­ v íkj­ andi fæst frá Toll- og Skattstovuni, og tað kann eisini lat­ast inn, áðrenn tú flytur uttanlands.

vitja okkum á: mfs.fo


full skattaskylda í føroyum « lestrarhjálp

Einans útisetar í góðkendum út­búgv­ing­ um, sum hava búð meira enn 4 ár í Føroyum, kunnu koma undir fulla skatt­skyldu í Før­oy­ um. Fyri nøkrum árum síðani vórðu reglur­nar broyttar eftir áheitan frá MFS, soleiðis at tær einans nýtist at søkja um fulla skatt­skyldu eina ferð. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur eftir áheitan frá Meginfelag Føroyskra Stu­denta endurskoðað kunngerð nr. 15 frá 19. juli 1989 frá Líkningarráð Føroya um les­andi og lærlingar uttanlands. MFS vísti á, at fleiri av ásetingunum í kunn­­­gerðini hava avmarkað les­trar­v irk­semið hjá teirra limum. Fíggjarmálastýrið hevur tí í samráði við Toll- og Skattstovu Føroya gjørt eina nýggja kunn­gerð, sum tekur av flestu av hesum av­ mark­ingum. Størstu broytingarnar í nýggju kunn­gerðini eru: • at tað nú verður gjørligt hjá lesandi at skifta útbúgving uttan at missa rættin til føroysku skattskylduna. • at tað nú ber til at nema sær eina út búgving afturat uttan at missa føroysku skattskyld­una. • at tað nú er nóg mikið, at lesandi við byrjan­av útbúgvingini skjalprógva, at tey byrja upp á eina útbúgving. Les­andi skulu tó altíð kunna prógva, at tey eru lestrarvirkin, um TAKS biðjur um hetta. lesandi skulu eisini­framvegis­ boða TAKS frá um møguligar broytin gar eru í útbúgvingini. Dagføringar kunnu verða gjørdar, sí meira á www.taks.fo.

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

árgangur 02 — 199


lestrarhjálp

» prógvið ikki sum ætlað?

» SUPPLERING

Navn: Rannvá Clementsen Lesur: Lesur cand.jur. á Københavns Universitet

Prógvið ikki sum ætlað?

supplera

Úr Tórshavn, búsitandi í Reykjavík rannvac@gmail.com

Tað ótrúðliga er hent Tú hevur funnið dreymaútbúgvingina! Fantastiskt, genialt, frálíkt! Men so finnur tú út av, at tú ikki lúkar upptøkutreytirnar. Kanska krevja tey støddfrøði A, enskt A ella okkurt heilt triðja. Og tú manglar júst ta lærugreinina... Men fall ikki í fátt! Tú kanst altíð supplera. At supplera [sagnorð; úr latín: supplere: at

fylla út] Tú avgert sjálv/ur, hvussu tú velur at supplera. Nógvir miðnámsskúlanæmingar velja at supplera eina ella fleiri lærugreinir upp á eitt heilt skúlaár. Á henda hátt gongur tú til tímar akkurát sum vanligt, tá ið tú gekk á miðnámsskúla, tó at tú nú hevur færri tímar. Henda loysnin er ófør til tey, ið kanska vita nøkulunda hvat tey skulu lesa, men enn ikki hava tikið endaliga støðu. Eisini er hetta skilagott til tey, ið kanska eru eitt sindur skúlatroytt, og fegin vilja taka sær stundir til at taka sær av løttum og/ella arbeiða eitt sindur, áðrenn leiðin gongur víðari til hægri lesnað.

Til tey ótolnu Tað ber eisini til at turbo-supplera. Hetta merkir, at tú í eitt

200 — Fjølnir2014

stutt tíðarskeið tekur eitt turbo-skeið í t.d. stødd­ frøði á A-stigi. Tað eru vanliga tey eitt sindur ótolnu, tey ið ikki kunnu bíða til næsta ár at byrja á dreymaútbúgving síni, ið velja henda møguleikan. Hesi gera seg lid­nan við miðnámsskúlan í juni, supplera í juli/august og byrja síðan á universitetinum í september. 1, 2, 3 liðugt! Treytað upptøka Flest øll universitet

loyva teirra umsøkjarum at senda supp­ler­ ings­prógvið aftan á sjálva umsóknina. Tað er sostatt ikki neyðugt vera byrjað/ur at suppl­ era, tá ið tú søkir inn á universitetið. Aloftast loyva universitetini treytaða upptøku t.v.s. tey loyva tær inn, men upptøkan er treytað av, at tú supplerar eina ávísa lærugrein.

Supplering í Føroyum: Til ber at taka

lærugreinir sum stakgreinalesandi ella sum sjálv­lesandi. Munurin á hesum báðum er, at sum sjálvlesandi hevur tú onga skúlagongd t.v.s. tú lesur sjálv/ur pensum gjøgnum árið og fer síðani upp til próvtøku. Um tú hin­vegin velur at gerast stakgreinalesandi, hevur tú undirvísing, áðrenn farið verður upp til próvtøku við árslok. Vend tær til

vitja okkum á: mfs.fo


prógvið ikki sum ætlað? « lestrarhjálp

fyri at taka ávísar lærugreinar á kvøldskúla. Tað er hin einstaki kvøldskúlin, ið bjóðar út lærugreinir. Vend tær til tín kvøldskúla fyri at hoyra nærri um tilboðini. Supplering í Danmark:

avvarandi skúla og hoyr nærri um júst teirra tilboð. Kvøldskúli! Er tað ikki har, tey læra um pottamáling?

Nei,

ikki

bara!

Møguleiki

er

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

Eitt alternativ til at supplera í Føroyum, er danska skip­a­nin Gymnasial Supplering, stytt GS. Henda skipan bjóð­ar nógvar ymiskar pakka­­­loysnir. M.a. bjóða tey summ­ar­­skeið, har tú kanst taka eina lærugrein í summarfrítíðini, í stað­in fyri at seta eitt heilt ár av til at supplera í. Á summarskeiðum er tó bert gjørligt at supplera eina læru­ grein á einum stigi í senn. Sí tilboð og freistir á www.gsdanmark.dk.

Statens Uddannelsesstøtte (SU):

Til ber at fáa studning meðan tú supplerar í Danmark. Hetta tó bert, um tú lúkar ávísar treytir. Millum annað skalt tú minimum ganga 15 tímar um vikuna í skúla. Sí annars heimasíðuna hjá SU-styrelsen www. su.dk. Ráðgevingin fyri føroyingar í Damark:

Ráðgevingin veitir før­oy­ing­um í Danmark hjálp og veg­ leið­ ing í ivamálum m.a. við­ v íkj­ andi lestri. Les­andi kunnu venda sær til Ráð­gev­ ing­ina við spurningum m.a. um SU, før­oya­frádrátt og øðrum prak­tisku­m við­­­ur­skift­um viðvíkjandi flyt­ing til Dan­­mark. Sí annars heima­síðuna www.radgevingin.dk.

árgangur 02 — 201


lestrarhjálp

» ískoytismøguleikar í føroyum aftaná miðnámsskúla

» SUPPLERING

Holger Arnbjerg Lestrarvegleiðari, á Altjóða Skrivstovuni. Altjóða Skrivstovan www.ask.fo Teldupostur: ask@setur.fo

supplering í Føroyum Eftir lokna miðnámsútbúgving er viðhvørt neyðugt at leggja nakrar­læru­greinar afturat fyri at lúka til­skilaðu krøvini hjá hægri læru­stovnum. Um tað er pláss í flokkinum, ber til at vera stak­greinalesandi á mið­náms­skúlu­num. Ein stakgreinalesandi fylgir vanligu undir­ ­ vísingini hjá einum flokki í eitt ár. Tað ber til at taka eina ella fleiri læru­ grein­ar. Søk í góðari tíð. Lesandi við h e i m a­­­b ú g v a n d i børn­­um und­ir 10 ár koma und­ir ÚS reglu­ gerð­ina um heiltíðarlestur, um tey lesa í minsta lagi 20 tímar um vikuna. • Tað ber til at vera sjálvlesandi. Til­ meld­ingarfreistin er í februar, og próv­

202 — Fjølnir2014

tøkan er í mai/juni. Sjálvlesandi kunnu fáa vegleiðing í upp til 3 tímar frá læraranum í lærugreinini, við­ komandi lærari eisini er próv­hoyrari. • Kvøldskúlin bjóðar nakrar lærugreinar, ofta tær vanligu í­skoytis­læru­­g rein­a rnar, t.d. stødd­­frøði. Mið­ náms­skúl­­ar­­nir hava eisini nøk­ ur tilboð um ískoytis­lesnað, sum tað ber til at taka um kvøldarnar. • Ein annar møguleiki fyri ískoyt­ is­­lesna í Føroyum, er at vera fjarlesandi í Danmark. Nærri kunning fæst á www.vucflex.dk, ella www.vuc.no.

vitja okkum á: mfs.fo


lestrarhjálp

» ráðgevingin í danmark

» LESTRARSVEGLEIÐARAR Í DANMARK

Jógvan Svabo Samulesen Lesur cand.jur. á Københavns Universitet Aldur: 30 Úr Klaksvík, Búsitandi í Keypmannahavn jogvans@gmail.com

RÁÐGEVINGIN FYRI FØROYINGAR Í DANMARK Vesterbrogade 17 A DK-1620 København V Tel 33 23 99 80 Fax 33 23 92 34 E-mail: radgevingin@ radgevingin.dk Heimasíða: www. radgevingin.dk OPIÐ ER: Mánadag, týsdag og hósdag: 11.30 - 15.30 Mikudag: 14.00 - 18.00 Fríggjadag er stongt.

203 — Fjølnir2014

RÁÐGEVINGIN Í DANMARK Ráðgevingin fyri føroyingar í Dan­mark heldur til í Føroyahúsinum í Keyp­manna­ havn, men er hóast hetta eitt tilboð til allar før­oyingar, hvar teir so enn eru staddir.

sum SU-stuðul, bústaðarmøguleikum, før­oya­frádrátt, skattaviðurskifti, ískoyti, flyt­ ing, barnatilskot, arbeiðsloysisstuðul, bi­stands­hálp osfr.

Á Ráðgevingini starvast tveir fryntligir Kann ráðgevingin ikki loysa tínar trupul­ og royndir sosialráðgevarar, ið veita leik­ar, so kunnu ráðgevararnir vísa á aðrar føroyingum hjálp og vegleiðing í sosialum, møgu­ leikar fyri hjálp og vegleiða um, persónligum og lestrarligum spurningum. hvagar tú kanst venda tær. Tær kunna bjóða einum og hvørjum ráð og persónligan stuðul. Hevur tú trupuleikar á nevndu økjum, so kann tað vera til alstóra hjálp at kunna venda sær til køn fólk og fáa loyst trupulleikarnar. Ráð­­gevararnir hava Ferðaískoyti tag­n­ars­­k yldu, eing­in SU og børn verð­ur held­ur skrá­ settur, og tí kanst R ÁDR ÁTT ÚL a tú óttaleyst venda FØROYAF EFTIRSK tær til teirra - eisini SKATTSKYLDA anonymt. Ráð­gev­ ing­ in kann eisini HÁSKÚLa hjálpa í viðurskiftum

vitja okkum á: mfs.fo


lestrarhjálp » erasmus

» ÚTVEKSLING

Holger Arnbjerg Lestrarvegleiðari, á Altjóða Skrivstovuni. Altjóða Skrivstovan www.ask.fo Teldupostur: ask@setur.fo

Erasmus Skiftislestur í einum øðrum evrope­iskum landi? Hevur tú hug at taka ein part av tí útbúgving, ið tú ert farin í holt við, í einum øðrum landi í Evropa, so er vert at umhugsa Erasmus-skipanina. Erasmusskipanin er partur av Lívslong Lær­ ing rammuskránni, ella “Lifelong Learn­ ing Programme” (LLP), ið er ein út­búgv­ing­a­rskipan hjá ES. Við hesi skipan hevur Evropa Kommissiónin megnað at savnað øll síni fjølbroyttu átøk innan út­ búgv­ing og upplæring í eina samlaða heild við heitinum: “The Lifelong Learning Pro­ gramme”. Serskráin Erasmus er flaggskipið hjá ES innan hægri útbúgving. Skipanin eggj­ ar lesandi og starvsfólkum við hægri læru­stovn­ar at taka part av útbúgving síni ella at arbeiða á universiteti í øðrum ES-

204 — Fjølnir2014

landi í eitt tíðarskeið. Talan kann m.a. vera um lesnað sum skiftisnæmingur, mál­skeið, intensiv skeið, fyrireikandi fundir, verk­ ætlanar­samstarv og umbýti av lærarum og øðr­um starvsfólki. Við Erasmus ber til dømis til at koma á eitt ókeypis lestraruppihald á út­ lend­ s­kum lærustovni í 3 – 12 mánaðir og at søkja námsstyrk á umleið 200 evrur til eyka­ útreiðslur um mánaðin. Treytin er, at lesturin á útlendska læristovninum er part­ ur av útbúgvng tíni á tí stovni, har tú ert innskrivað/ur, og at hesin lestur er

vitja okkum á: mfs.fo


erasmus « lestrarhjálp

skalt tú seta teg í samband við altjóða skriv­ stovuna á staðnum. Tey hava fastar mannagongdir við umsóknum o.ø hesum viðvíkjandi og drúgvar roynd­ir við vegleiðing á økinum. Les meira um møguleikar, upptøkukrøv, lut­tak­aralond, praktisk viðurskifti, roynd­ir hjá øðrum, umsóknarfreist o.a. á: http://ec.europa.eu/education/ lifelong-learning-programme/erasmusen.htm Kunnu lesandi á Setrinumð fara út í heim við Erasmus?

Nei, ikki við Erasmus, men lesandi í Føroyum hava aðrir og góðir møgu­ leikar at fara út í heim sum skiftis­ lesandi!

er góðkendur av fakulteti tínum framm­a­nundan. Erasmusavtalur ímillum ymisk uni­ versitet í Evropa eru vanliga tengd­ar at ávísum lærugreinaøkjum, so tí kunnu smávegis frávik vera frá læru­grein til lærugrein. Á onkrum fakul­ teti ber til at søkja um eitt Erasmus skiftisuppihald eftir einum ári, men í flestu førum skal ein hava lisið í minst tvey ár – og ofta

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

longri enn tað - áðrenn ein kann fara í holt við skiftislesnað við hesi skipan. Skipanin er bert galdandi í ES-londum og londum, sum eru við í EBS samstarvinum. (EBS stend­ur fyri Evropiskt Búskaparligt Samstarv). Um tú ert áhugað/ur í hesi skipan og ert lesandi á einum universiteti, ið er við í Erasmussamstarvinum, so

Vegna verandi støðu Føroya mótvegis ES, ber ikki til hjá lesandi á Fróðskaparsetri Føroya at søkja stuðul umvegis Erasmusskipanina, men um tú ert lesandi í Danmark, Bret­landi ella øðrum ES- og EBSlandi, so ber til hjá tær at gagnnýta hesa skipan. Tó skal undirstrikast, at um lesandi á Fróðskaparsetri Føroya t.d. ynskja at taka eina lestrarhálvu (ella eina hálva lestrarhálvu) í einum øðr­um landi á sama hátt sum ein Erasmus­lesandi – t.e. sum ein góð­ skrivað­an part av tí útbúgving, ið tú ert innskrivað/ur á í Føroyum – so er hetta avgjørt ein møguleiki, ið er verd­ur at hava í huga og gagnnýta. Tosið við deild tykkara um hesir møgu­ leikar, ella setið tykkum í sam­band við Altjóða Skrivstovuna. Søkjast kann um stuðul frá Studna til hetta endamál. Nærri upplýsingar um stuðul til skiftislestur fært tú á www.studni.fo.

árgangur 02 — 205


lestrarhjálp

» erasmus

Ókeypis

lestraruppihald á útlendskum lærustovni Ert tú føroyingur, ið lesur í einum evropeiskum landi, sum er við í Erasmus, kanst tú taka eitt skifti í einum øðrum luttakandi landi (Føroyar eru ikki við í hesi skipan). Við Erasmus kanst tú sleppa á eitt ókeypis lestraruppihald í einum øðrum evropeiskum landi. Tú kanst søkja um eitt stipendium á 200 Euro um mánaðin til tína lestrarvist. Hvørji krøv eru til ein Erasmus umsøkjara?

Tú skalt hava lisið í minst eitt ár, og onkuntíð heilt upp til trý ár, áðrenn tú sleppur av stað. Kanna á tínum faki, hvat er galdandi fyri teg.

206 — Fjølnir2014

Vistin skal kunna lestrargóðkennast (meritoverføres) og vera ein partur av tínum lesnaði. Fyri at fáa eitt Erasmus stipendium skulu 20 ECTS fyri hvørja hálvu av lestraruppihaldinum vera góðkend frammanundan. Lestraruppihaldið skal vara 3 til 12 mánaðir. Tú kanst bara fáa Erasmus stipendium eina ferð til eitt lestraruppihald og eina ferð til starvsvenjing. Hvar kann eg fara?

Erasmus-avtalur eru lærugreinasermerkt. Tað merkir, at tú ferðast út uppá avtalur, sum tín lærustovnur hevur gjørt við onnur evropeisk fróðskaparsetur. Allar avtalur hava ein fakligan samskipara. Tú skalt

vitja okkum á: mfs.fo


erasmus « lestrarhjálp

tosa við samskiparan, um tú hevur ein spurning til tað fakliga innihaldið av einari avtalu. Tað er týdningarmikið, at tú hevur kannað fakútboðið á teimum fróðskaparsetrunum tú ynskir at fara til, og hevur kunnað teg væl og virðiliga, áðrenn tú vendir tær til tín samskipara. Hvat kann eg søkja um?

Tú søkir samstundis um ókeypis lestrarpláss á einum útlendskum fróðskaparsetri og um eitt Erasmus stipendium. Støddin á sti­pend­ium­inum skiftir frá ári til ár, men liggur á uml. 200 Euro um mánaðin. Í samband við títt Erasmus uppihald kanst tú eisini søkja um at sleppa á málskeið í tíðarskeiðnum áðrenn lestraruppihaldið. Hvar og nær søki eg?

Freistin er 15. februar fyri alt fylgjandi akademiska árið. Tú skalt so statt longu søkja 15. februar, hóast tú ikki ætlar tær av stað fyrr enn um várið árið eftir. Freistin er 15. februar fyri møglig avlopslestrarpláss og studning frá fyrsta umfari. Minst til, at tú bara kann velja tey fróðskaparsetur, sum tín lærustovnur (deild) hevur avtalu við. Tað er eitt krav, at tú framman­undan leggur eina góðkenning við av teimum fakunum tú vilt fylgja á vertsfróðskaparsetrinum. Góðkenn-ingin skal vissa, at títt lestraruppihald í útlandinum kann sameinast við tín lestur á tínum fróðskaparsetri. Set teg í samband við ta altjóða skrivstovuna fyri at fáa nærri frágreiðing.

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

Belgia Italia Spania Kýpros Lettland Bretland Danmark Litava Svøríki Estland Luksemborg Kekkia Finnland Malta Týskland Frankaríki Pólland Grikkaland Portugal Eysturríki Holland Slovakia Slovenia Írland Bulgaria Rumenia Noreg Ísland Liktinstein Turkaland Kroatia Sveis árgangur 02 — 207


lestrarhjálp » málslig fyrireikingarskeið

» MÁLSKEIÐ

Studni veitir stuðul til málslig fyrireikingarskeið til hægri útbúgvingar í ikki enskttalandi londum

Holger Arnbjerg Lestrarvegleiðari, á Altjóða Skrivstovuni. Altjóða Skrivstovan www.ask.fo Teldupostur: ask@setur.fo

Málslig fyrireikingarskeið Stuðulin verður í fyrstu atløgu veittur sum lán til skúlagjald og lán til livikostnað. Til skúlagjaldið verður veitt lán, tó vanliga í mesta lagi kr. 20.000,00. Skúlagjaldið um­fatar bert útreiðslur, ið hava beinleiðis við lesturin at gera. Til livikostnað verður veitt lán. Lánsupphæddin, ið verður veitt hvønn mánað er mánaðarliga studn­ings­ upp­ hædd­ in, sum til eina og hvørja tíð verður veitt til hægri lestur í Føroyum – skúlaárið 2013/2014 er henda upphædd kr. 3.815,00.

208 — Fjølnir2014

Stuð­ u lin verður í mesta lagi veittur í 6 mánað­ir, men er talan um heilt fremmant mál, kann stuðul veitast í upp til 1 ár. Tað serliga við hesi skipan er, at um tú, inn­an 15 mánaðir eftir at málsliga fyri­ reik­­­ing­a rskeiðið er endað, fert undir hægri lest­ ur á lærustovni, har høvuðsmálið er tað sama, sum tað var á málsliga fyri­reik­­ ing­ a r­ skeiðnum, verða lánini umløgd til studning. Umleggingin verður framd, eftir at tú hevur tikið próvtøkurnar á fyrsta lestr­a r­á ri í útbúgvingini.

vitja okkum á: mfs.fo


málslig fyrireikingarskeið « lestrarhjálp

Treytir

Fyri at verða heimilað til studning eru niðanfyristandandi krøv til málsligu fyrireikingarskeiðini: 1. Skeiðini skulu vera málsliga førleikagevandi til hægri lestur. Hetta merkir, at luttøkan á skeið­ num ella tann endaliga próv­­ tøkan á skeiðnum er á ein­um tílíkum støði, at tú nært tann málsliga førleikan, ið skal til fyri at lesa á hægri lærustovni. Skjal­prógv, fyri at so er, má við­ leggjast umsóknini. 2. Skeiðini skulu vera full­tíð­ar­ skeið við í minsta lagi 15 tímum um vikuna. 3. Skeiðini skulu eisini góð­ kenn­­ast av Studna.

Mannagongd

Best er at søkja um stuðul, áðrenn farið verður á málsliga fyrireikingarskeiðið. Umsóknarfreistin er tó fyrst úti, tá skeiðið endar. Umsóknarblaðið ”Umsóknarblað til málslig fyrireikingarskeið” verður saman við skjalprógvum sent Studna. Her verður hugsað um skjalprógv fyri, at tú fært tann málsliga førleikan, ið skal til fyri at lesa á hægri lærustovni. Um umsóknin verður játtað, fært tú saman við játtan­ ar­ skriv­ inum eitt skuldarbræv við eini upphædd, sum svarar til kostnaðin, ið Studni veitir í láni til skúla­g jald­ið og láni til livikostnað. Tað er henda upphædd, ið seinni kann verða umløgd til studning. Í fyrsta umfari rindar tú skúlagjaldið. Skúla-gjalds­part­urin verður útgoldin, tá skuldarbrævið og kvittanin fyri at skúlagjaldið er goldið eru Studna í hendi. Livikostnaðarparturin verður útgoldin mánaðarliga. Kelda: www.studni.fo

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

árgangur 02 — 209


lestrarhjálp » málslig fyrireikingarskeið

» NORDPLUS

Holger Arnbjerg Lestrarvegleiðari, á Altjóða Skrivstovuni. Altjóða Skrivstovan www.ask.fo

Nordplus

Teldupostur: ask@setur.fo

Sum lesandi í Føroyum hevur tú góðar møguleikar at taka eitt skifti – vanliga ½ ár – í einum øðrum norðurlendskum ella baltiskum landi. Nordplus Ætlanin við Nordplus skip­­a­ nu­num er at styrkja norðurlendska-baltiska felags­skapin og samleikan við støði í søgu­ ligu, mentanarligu demokratisku felags­ eyð­kenn­unum hjá londunum. Skipanirnar eru ætlaðar til undirvísing á øllum stigum.

Endamálið við Nordplus Videregående er at styrkja flytføri og samstarv millum hægru lærustovnarnar hjá luttakandi lond­ un­um. Grønland, Áland og Føroyar lut­ taka á jøvnum føti við teimum fimm norð­ ur­lendsku og trimum baltisku londunum, sum eru við í Nordplusskipanini. Tá tú fert avstað við Nordplus skipanini, fært tú eitt ókeypis lestrarpláss og har­aftur­ at stuðul til ferð og uppihald. Lestrar­uppi­ høld í Norðurlondum fara oftast ígjøgnum Nord­plus­s­k ipanina, sum er samansett av fak­lig­um netverkum. Um títt fak ikki hevur eitt netverk í

210 — Fjølnir2014

Nordplus, kanst tú søkja um at fara ígjøg­ num det tværfaglige netværk, Nord­ lys. Spyr á www.setur.fo/ask – ask@setur. fo - Altjóða Skrivstovan. Mannagongdin kann vera hendan:

Tú finnur eitt útbúgvingarstað, og kannar møguleikarnar til at søkja inn til tað, sum tú kundi hugsað tær. Tað, sum tú søkir inn til, skal vera góðkent frammanundan av tínum lestrarstaði, soleiðis at tín lestrartíð ikki verður longd, og títt útlendska lestraruppihald verður partur av tínum lestri.

Les meira um Nordplusskipanirnar her: http://www.nordplusonline.org

vitja okkum á: mfs.fo


Sum lesandi í Føroyum hevur tú góðar møguleikar at taka eitt skifti – vanliga ½ ár – í einum øðrum norðurlendskum ella baltiskum landi.

Flogvit stuðul Flogvit er ein fíggjarligur stuðul, ið MFS letur lesandi í teirra lestri. Endamálið við Flogvit er at stuðla ferðing í samband við innsavnan av tilfari til uppgávur, ið snúgva seg um føroysk viðurskifti. Flogvit er nýggja heitið fyri stuðulin. Áður kom stuðulin úr GFSL, ið var stytting fyri Grunnurin Fyri Styttri Lestrarferðir. Talan er um eitt amboð hjá MFS at stuðla lesandi í teirra lestri. Endamálið við Flogvit er at stuðla ferðing í samband við innsavnan av tilfari til uppgávur, ið snúgva seg um føroysk viðurskifti. Tað merkir við øðrum orðum, at MFS-limir kunnu fáa ískoyti til lestrarviðkomandi ferðing frá MFS. Tað er Ráðið, ið hevur viðgerðina av umsóknum um hendi, og metir Ráðið í hvørjum einstøkum føri um, hvørt galdandi krøv verða lokin. Fyri at fáa játtað stuðul er m.a. neyðugt at lata MFS avrit av uppgávuni, ið er gjørd í samband við ferðina ella í øðrum føri grein til bløðini hjá MFS. Eisini skal váttan frá lærustovninum um, at ferðin er partur av uppgávuskrivingini, latast

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

felagnum. Les annars meira um krøv í samband við umsóknina í reglugerðini fyri Flogvit her á síðuni. Freistir at søkja

Flogvit verður játtað tvær ferðir um ári, á vári og á heysti. Freistir at søkja eru 1. apríl og 1. oktober á hvørjum ári. Ferðing, sum stuðul verður søktur til, skal vera farin fram í tí tíðarskeiðinum, sum søkt verður til. Verður t.d. søkt 1. oktober skal ferðin vera farin fram í tíðarskeiðinum mei-september sama ár. Serligt í 2011 Av tí at ongar umsóknir vóru til Flogvit í apríl 2011, verður tíðarskeiðið fyri ferðina til seinnu freistina longt. Hetta merkir, at eisini limir, ið hava skrivað uppgávu í tíðarskeiðinum oktober 2010 til apríl 2011 kunnu søkja um stuðul fram til 1. oktober 2011. Sostatt veitir MFS í hesum umfarið Flogvit stuðul til ferðing, ið er farin fram í tíðarskeiðinum oktober 2010 til september 2011.

árgangur 02 — 211


lestrarhjálp

» ó - føroyskt lestrarfelag

» LESTRARKORT

Skrivað: Hanus Samró Lesur á Søgu- samfelagsdeil-

Lestrarkort Bíligari skúlabøkur Tiltøk - jólaborðhald og endaveitsla Ó-beinleiðis, ein ungdómssending á portal.fo

dini á Fróðskaparsetri Føroya Búsitandi í Tórshavn

Ó er ein lítil fyritøka, ið hevur til endamáls at bøta um lestrarumhvørvið í Føroyum. Vit eru ikki ein nýskapandi fyritøka á tann hátt, at vit royna at uppfinna tann djúpa tallerkin av nýggjum, men vit vilja veita lesandi í Føroyum somu sømdir og møguleikar sum lesandi í Danmark. Upprunin

Ó var sett á stovn í apríl 2011, men hugskotið kom á heysti í 2010, tá eg og vinmaðurin Rógvi Mikkelsen fóru aftur í skúla. Eg byrjaði á Setrinum og hann á Handilsskúlanum. Tað, sum vit høvdu til felags, var, at báðir vóru fluttir aftur til Føroyar. [onkur krevur, at her skal vera: til Føroya, men lættari mál er ‘til Føroyar, sum hesin hevur skrivað – og uttan iva sigur :-) ] Eg búði nøkur ár í Hollandi, meðan Rógvi er uppvaksin í Danmark. Vit vóru vanir við lestrarkort, lestrarkaféir, ymiskar tænastur og hentleikar, sum lesandi nú einaferð fáa. Hetta var ikki galdandi, tá vit settu okkum á skúlabonk í Føroyum. Her var einki. Einki lestrarkort. Ongar

212 — Fjølnir2014

tænastur. Einki tilboð. Her var einki, ið identifiseraði okkum sum lesandi. Men tað er nú einaferð soleiðis, at einki kemur av sær sjálvum. Tað nyttar ikki at sita hendur í favn og bíða. Um tú ynskir broytingar, verður tú noydd/ur at gera tær sjálv/ur. Tað var tað, sum vit gjørdu. Vit brúktu fleiri mánaðir um at gera eitt konsept, sum var snikkað til tey lesandi. Hvussu kundu vit bøta um lestrarumhvørvið? Hvørjar tænastur vantaðu? Hvat kom tað at kosta? Frá pappíri til veruleika

Vit komu skjótt til ta niðurstøðu, at tað var neyðugt við lestrarkortum. Vit ringdu síðan til handlar og fyritøkur og greiddu teimum frá lestrarkortinum, og tað gekk ikki long tíð, áðrenn [fyrrenn] tilboðini vóru upp á pláss. Vit kannaðu somuleiðis internetið fyri tænastum, og tað gjørdist skjótt greitt, at fleiri tænastur funnust á alnetinum, men tær vóru spjaddar á ymiskum heimasíðum. Sostatt var eitt av endamálunum at savna tænasturnar undir eina paraply. Eina heimasíðu. Vit settu okkum í samband

vitja okkum á: mfs.fo


ó - føroyskt lestrarfelag « lestrarhjálp

við eitt felag og ein stovn, ið veitti ókeypis orðabók og føroyskan rættstavara, og spurdu, um vit kundu hýsa tænastunum á okkara heimasíðu. Tað fingu vit loyvi til. Alt var klárt á pappírinum, men hvørki Rógvi ella eg dugdu nakað við teldu, so vit máttu fáa hjálp frá serkønum. Og tað var ikki bíligt. Heimasíðan kostaði nógvar pengar. Spurn­­­ing­urin var, um vit skuldu halda fram ella kasta hand­k læðið í ringin. Hóast enda­málið var gott, høvdu vit onga trygd fyri, at ætlan­ ir­ nar bóru á mál. Hetta kravdi fígg­ ­ ing. Vit vóru báð­ir undir út­­búgv­­ing, so vit høvdu ikki nakra stór­­vegis inn­­ tøku, men vit trúðu so mikið nógv upp á verk­ætlanina, at vit gjørdu av at finna ta neyðugu fígg­­­ ing­ ina. Eg brúkti bar­n a­­­u pp­s par­i ng­ ina, meðan Rógvi lænti peng­ arnar frá for­ eldr­ unum. Hetta var ein stórur váði, men er tað millum tær bestu av­gerðirnar, ið eg havi tikið. Úrslit

Vit hava arbeitt miðvíst við Ó, og sjálvt um tað mangan hevur verið strævið og stríggið, byrja vit at síggja úrslit. Í byrjanini kostaðu lestrarkortini kr. 199, men í 2013 fóru vit í samstarv við Tórshavnar og Klaksvíkar

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

kommunu um at gera lestrarkortini ókeypis. Í 2013 fóru vit undir ungdómssendingina “Ó-beinleiðis,” ið varpar ljós á lestrarumhvørvið. Sendingin sæst á portal.fo. Tey seinastu árini hava vit havt fótbóltslið, ið leikar í triðbestu deildini. Vit hava ongantíð spælt okkum víðari, men endamálið er ikki beinleiðis úrslit, men um at hava tað stuttligt. Sum heild kunnu vit siga, at samstarvið við kommunurnar hevur eydnast væl, tí í dag hava 52% av teim­ um, ið eru und­ir út­búgv­ing,­ lestrarkort. Les­­ t­rar­­kort­ini koma ikki bara borg­ ar­ unum í Tórshavnar og Klaks­v íkar ko­mm­­­­unu til góð­ ar, men lesandi í øll­um landinum hava fingið ágóðan av les­trarkortinum. Alt frá mið­ náms­ skúla­­num í Hovi til studentaskúlan í Hoydølum og handils­­­­skúlan á Kambs­dali til Tekniska skúla í Klaksvík. Vit fegnast sjálvandi um ta stóru undirtøkuna, men ætlan­­in er, at 100% av teim lesandi hava lestrarkort. Tað er tí, ið vit arbeiða fram ímóti. Vit gera tað ikki einsa­mallir, men í góðum samstarvi við fyritøkur og kommunur, er tað gjørligt. Les um FYRIMUNIRNAR VIÐ ókortiNUM á www.o.fo

árgangur 02 — 213


lestrarhjálp » lesandi á ruc

» LESTRARFELAG

Skrivað: Anna Sofía Lava Lesur: Cand.scient.adm Fødd: Klaksvík í 1986

FELAGIÐ fyri føroysk lesandi á Roskilde Universitet

Búsitandi í Keypmannahavn

Røkk teimum lesandi. Røkk samfelagnum. Røkk Føroyum. Frá byrjan hevur eitt av endamálunum við at stovna Røkk verið at byggja brýr mill­ um tey lesandi og tað føroyska samfelagið. Tó at felagið er ungt, Røkk varð stovnað á heysti 2011, so hava nevndarlimirnir arbeitt miðvíst fram ímóti at skapa tey am­ boð­ini, ið skulu til fyri at byggja brýr. Røkk á netinum

Vitan er eitt tað sterkasta amboðið til at skapa tilknýti millum okkum lesandi og tað føroyska samfelagið. Tí hevur Røkk fingið eina heimasíðu, ið kunnar og upp­ lýsir um, hvørji vit lesandi eru, hvat vit lesa, og hvørji endamál Røkk hevur. Roskilde Universitet bjóðar samansettar útbúgvingar, og øll lesandi sniðgeva sína egnu útbúgving, tí eru allar útbúgvingarnar ymiskar. Tískil eru tað nógv, ið spyrja, hvat útbúgvingarnar á Roskilde Universitet ganga út uppá, og hvat tað vil siga at lesa eitt nú Hum-Tek. Við heimasíðuni kunnu tey lesandi sjálvi gera sær ein útbúgvingarprofil og greiða frá, hvat teirra útbúgving gongur út uppá. Eisini eru nøkur dømi av teimum

214 — Fjølnir2014

ymisku bachelor útbúgvingunum at finna á rokk.fo. Í Røkk er eisini eitt heimasíðutoymi, sum hvønn mánað hevur ein nýggjan føroying í Ruc’u stólinum, ein føroying, ið hevur tikið alla ella partar av síni útbúgving á Roskilde Universitet. Hetta er við til at kunna um, hvørjar førleikar ein, ið hevur lisið á Roskilde Universitet hevur, umframt at tað er vegleiðandi fyri okkum lesandi. Facebook

Ein annar háttur at røkka út til almenningin uppá er við at hava eina facebook-síðu, har øll, sum á ein ella annan hátt hava áhuga fyri Røkk, kunnu fylgja við í, hvat felagið tekst við. Síðan eitur Røkk – føroysk lesandi á Roskilde Universitet, og Røkk var tað fyrsta lestrarfelagið, ið fekk eina facebook-síðu. Teir sosialu miðlarnar eru ein týdningarmikil lutur í tí dagliga samskiftinum, og tískil eisini eitt týdningarmikið amboð hjá Røkk fyri at røkka endamálunum. Tann sosiali parturin mill­ um okkum les­andi er eisini týdn­ing­ar­mik­il, og Røkk hevur eisini eitt trív­n­aðar­toymi, ið skipar

vitja okkum á: mfs.fo


lesandi á ruc « lestrarhjálp

fyri ymisk­um til­tøk­um gjøgnum árið, og sum roynir at skapa samanhald millum tey lesandi. Samstarv við føroyska vinnunu

Í februar fóru Røkk og Vinnuhúsið undir eitt sam­ starv um leinkjan.fo, ið varð almannakunngjørd í juni mánaði 2013. Óansæð hvat ein lesur á Roskilde Universitet, skal ein skriva eina stóra verkætlan hvørt semest­ ur. Tí er tað upplagt, at vit les­ andi gera verkætlanir, ið eru til gagns fyri samfelagið, verkætlanir um okkurt, ið føroyskum vinnulívi tørvar at fáa greiðu á. Røkk Føroyar!

Ta seinastu tíðina hevur nógv prát og kjak verið um fráflyting, og um hvussu Føroyar fáa útisetarnar heim aftur. Um vit føroyingar á Roskilde Universitet velja at skapa sam­band og tilknýti til tað føroyska sam­ felagið undir lesnaðinum, so eru eisini betri líkindi fyri, at vit velja at flyta heim aftur. Tað kann mill­um annað skapast við at fara í starvs­venjing í Føroyum ella taka eitt semestur á Fróðskaparsetrinum, sum á Søgu- og Samfelagsdeildini hevur ein bygnað, ið líkist sera nógv bygn­aði­num á Roskilde Universitet. Um­framt at gera verkætlanir um føroysk viðurskiftir, sum eisini er ætlanin við leinkjan.fo. Síðani Røkk bleiv stovnað, eru fleiri verkætlanarbólkar gjørdir, ið hava skrivað um føroysk viðurskiftir. Við at gera tað føroyska samfelagi varugt við, hvørju vit eru, og hvat vit gera, og samstundis eggja teimum lesandi til at arbeiða við føroyskum viðurskiftum undir lesnaðinum og skapa betri samstarv millum tey føroysku lesandi, tekur Røkk ábyrgd. Røkk vil byggja brýr til Føroyar, og tað gera vit hvønn dag.

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

árgangur 02 — 215


lestrarhjálp » lesandi á cbs

» LESTRARFELAG

Skrivað: Kristian Gunnarsson Nevndarlimur, Samvinnan Búsitandi í Keypmannahavn

SAMVINNAN felag fyri føroysk lesandi á CBS

Sí meira á www.cbs.dk og www.samvinnan.com

216 — Fjølnir2014

Samvinnan er eitt áhugafelag fyri føroysk lesandi á Copenhagen Business School. Samvinnan virkar fyri at savna og samansjóða tey føroysku lesandi, soleiðis at vit sum ein eind kunnu skapa tættari samband til tað føroyska vinnulívið og onnur áhugafeløg. Harafturat arbeiða vit fyri at geva okkum lesandi eitt andlit, soleiðis at vit eru løtt at finna. Her verður m.a. hugsað um arbeiði í summarfrítíðini, lestrararbeiði ella arbeiði eftir loknan lesnað. Samvinnan hevur síðan byrjan verið støðugt vaksandi og hevur í dag um 130 limir. Vit vilja eisini økja um møguleikarnar til at skriva tíðarhóskandi uppgávur um føroyskar fyritøkur, bacheloruppgávur, høvuðs­uppgávur osfr. Hetta skal eftir ætlan styrkja sambandið tilknýtið millum okkum les­andi og tað føroyska vinnulívið, sum vit meta vera til frama fyri báðar partar. Sjálvur eri eg 21 ára gamal og gangi á 3. semestri á bachelorútbúgvingini HA Almen. Tað er tann breiðasta linjan, og

samstundis tann størsta linjan á CBS, og næst størsta í Danmark. Tað sum mær dámar væl við linjuni, er, at mann fær grundleggjandi kunnleika í teimum flestu fakunum. Á tann hátt finnur mann útav, hvat einum dámar, og hvat einum ikki dámar, og skuldi hetta gjørt, at einverður betur førur fyri at velja kandidatútbúgving. Copenhagen Business School (CBS)

Ein altjóða viðurkendur undir­v ís­ing­ar­ stovn­­ur á universitetsstiði. CBS liggur á Frederiks­berg, og skúlin hevur eini 20.000 les­andi, harav umleið 3000 útlendingar. CBS bjóðar ein hóp av ymiskum út­búgv­ ing­ um, sum geva tí einstaka møguleika fyri at kombinera ymiskar lestrargreinar. Møgu­leiki er fyri at kombinera løgfrøði, IT, psykologi, kommunikatión við høvuðs­­­ grein­ini vinnubúskapi, bara fyri at nevna nøk­ur dømir. Høvuðsevnini í vinnubúskapi eru roknskapur, fígging, organisatión og mark­naðar­føring. Lesandi hava møguleika fyri at velja útbúgvingar, ið leggja serligan

vitja okkum á: mfs.fo


lesandi á cbs « lestrarhjálp

Samvinnan er eitt áhugafelag fyri føroysk lesandi á Copenhagen Business School. Tað hevur síðan byrjan verið støðugt vaksandi og hevur í dag um 130 limir.

dent á eina ella tvær av hesum greinunum - eftir egnum vali. Hóast tað ikki er beinleiðis neyðugt at vera úrmælingur í støddfrøði, er tað ein fyrimunur at hava eina hilling á støddfrøði, tí at fakið er sentralt á teimum flestu linjunum. Pensum er sera umfatandi, og nógv tíð fer við lesnaði. Av tí at pensum er so stórt, sum tað er, er tað ein fyrimunur, um ein finnur útav, hvørjar innlæringarmetodur rigga hjá tí einstaka. Av hesum kann nevnast ’speedreading’, soleiðis at meira fæst burtur úr tíðini, sum verður brúkt upp á at lesa. Tað tætta sambandið við læraran, sum vit øll kenna frá miðnáms- og fólkaskúlatíðini, er ein farin tíð, tá tú fert undir hægri lesnað. Flokkarnir eru størri, og lærarin

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

hevur tískil ikki møguleika fyri at geva tí einstaka næminginum sama ans sum í miðsnámsskúlunum. Lestrarumhvørvið

á CBS er gott og lívligt við eini rúgvu av ymiskum aktivitetum at fara til. Til dømis verður skipað fyri fyrilestrum við framstandandi vinnulívsleiðarum, eins og lesandi av og á fáa høvi at skifta orð við umboð frá stórum fyritøkum gjøgnum job-match líknandi tiltøk. Eisini er ein hópur av frítíðarklubbum tengdur at CBS, har ið mann kann dyrka sínar frítíðarinteressur saman við lestrarkammeratum. Hetta kann vera alt frá ítróttarog veiðiklubbum til vínsmakkingarklubbar. Ein tann best umtókti klubbin er ”CBS Sport”, sum hevur lið í fleiri ítróttargreinum.

árgangur 02 — 217


lestrarhjálp » løgfrøðilesandi í keypmannahavn

» FÚL – FELAG FYRI LØGFRØÐILESANDI

Navn: Rannvá Clementsen Lesur:

LØGFRØÐI sum lívsleið

Lesur cand.jur. á Københavns Universitet Úr Tórshavn, búsitandi í Reykjavík rannvac@gmail.com

Ha, lesur tú løgfrøði – er tað ikki turt?

Tað er ikki so nógv ein spurningur. Tvørturímóti er tað ein staðfesting, sum tú kanst vænta tær frá flest øllum, um tú velur at lesa løgfrøðina. Og tú fert veruliga at lesa løgfrøði. Tí nógv er at lesa. Nógvar, nógvar spennandi bøkur, dómar, lógir, viðmerkingar til lógir og viðmerkingar til viðmerkingar. Men tað er meira enn tað. Løgfrøði er meira enn bara ein lestur. Løgfrøði er ein lívsleið. Tú skalt fáa rætt

Kjakið er kjarnin í løgfrøðini. Kjakið um hvat er rætt, og hvat er skeivt. Kjakið um hvat sjónarmið, skal vinna frama. Tú lærir at kjakast, meina og fremja sjónarmið – eisini tey, sum tú ikki sjálv ert samd í. Í so máta eru løgfrøðingar smáskitsofrenir. Vit kjakast fyri og ímóti óheft av okkum sjálvum, tí tað er sjónarmiðið sjálvt, sum er avgerandi. Tú lærir at grundgeva og at viga fyri og ímóti. Tann dugnaligi løgfrøðingurin kennir øll sjónarmiðini og dugir at brúka tey til sín fyrimun. Tí tað er ikki nóg mikið bara at hava rætt. Tú skalt fáa rætt.

218 — Fjølnir2014

FÚL yrkisleið

Í Felag fyri føroysk juralesandi, eisini kent sum føroyskir útisetar á løgfrøði, FÚL, hittast løgfrøðilesandi tvørtur um árgangir. Her hittast vit til eitt prát um lestur, frítíð og alt harímillum. Vit vitja løgfrøðingar í privatum fyritøkum og almennum stovnum fyri at fáa íblástur til okkara egnu yrkisleið aftan á lesturin. Á henda hátt verður lesturin ikki bara veruleikafjart ástøði, men heldur ein gluggi inn í tann praktiska heimin. Við FÚL byggja vit brýr millum lesandi og teirra komandi yrkisleið. Kom við

FÚL er tó ikki bara kjak, fótnotur og álvari. Vit hittast ofta bara til ein kaffimunn ella eina bjór – alt eftir hvat hugurin er til. FÚL er eitt frírúm, har løgfrøðilesandi kaga upp úr bókunum og bara hava tað stuttligt. Tað er sera gott samanhald tvørtur um árgangirnar, so mann hevur altíð onkran at spyrja um góð ráð til vallærugreinar, uppgávuskriving, skiftislestur og alt tað, sum lestrarlívið eisini er. Tað er tann sosiali parturin, sum drívur verkið. Tað er stuttleikin, reypisøgurnar og tað góða samanhaldið, sum FÚL skapar karmin

vitja okkum á: mfs.fo


lesandi á ruc « lestrarhjálp

FÚL er tó ikki bara kjak, fótnotur og álvari. Vit hittast ofta bara til ein kaffimunn ella eina bjór – alt eftir hvat hugurin er til. FÚL er eitt frírúm, har løgfrøðilesandi kaga upp úr bókunum og bara hava tað stuttligt. um. Tað navnframa jólaborðhaldið og teir afturvendandi fimmararnir eru fastir tættir í kalendara­ num hjá løgfrøðilesandi. Tiltøkini eru mong, og vit gleða okkum til at bjóða tær við. Hurðar latast upp

Løgfrøðilesturin er í tveimum pørtum. Bachelorstigið gevur tær eina breiða vitan um ymiskar greinar av løgfrøðini, meðan kandidatstigið gevur tær eina ser­ frøð­inga­v itan innan eitt ávíst slag av løgfrøði. Vit avgera sjálvi, hvat fyri løgfrøði vit gerast serfrøðingar í, og hvat fyri løgfrøðingar, vit vilja verða. Nøkur fara víðari á advokatskrivstovur sum fulltrúðar, áðrenn tey trý ár seinni gerast advokatar. Onnur verða málsviðgerðar og ráðgevarar í tí almenna geiranum, meðan uppaftur onnur starvast fyri privatar fyritøkur, áhugabólkar ella okk­urt heilt annað. Løgfrøðin letur nógvar hurðar upp.

facebook.com/meginfelagforoyskrastudenta

Vælkomin í FÚL

Ymiskir lærustovnar hava ymisk upptøkukrøv, og tí eru krøvuni til nýggj lesandi ymisk, alt eftir hvar tú velur at lesa. Felags fyri øll støð er tó, at talan er um kanska 10 % talent og 90 % hart arbeiði. Tú skal vera til reiðar at arbeiða hart fyri at læra, men lønin er ein spennandi lestur við avbjóðandi starvsmøguleikum. Halt teg ikki aftur, tí tú heldur, løgfrøði ljóðar torført og fløkjasligt. Eingi duga løgfrøði, áðrenn tey hava lært tað - og TÚ kanst læra tað. Vælkomin á løgfrøði. Vælkomin í FÚL. Tað við smáum

Umhugsar tú at gera løgfrøðina til tína lívsleið? Finn FÚL á Facebook: www.facebook.com/fuljura

árgangur 02 — 219


lestrarhjálp

» búskaparfrøðilesandi í keypmannahavn

» BÚK – FELAG FYRI BÚSKAPARFRØÐILESANDI

Navn: Marjun Lindarstein Lesur: Cand. Polit. Master í búskaparfrøði á Københavns Universitet. Bústaður: Keypmannahavn

BÚSKAPARFRØÐI í Keypmannahavn Búk sett á stovn

Felagið fyri búskaparfrøðilesandi í Keyp­ manna­ havn (BúK) var sett á stovn í 2005. Limir felagsins eru føroyingar, ið lesa búskaparfrøði við Lærda Háskúlan í Keypmannahavn, og føroyingar, ið hava

220 — Fjølnir2014

lokið prógv í búskaparfrøði við Lærda Háskúlan í Keypmannahavn. Felag­ ið hev­ur í dag áleið 30 limir. Eitt av høvuðs­ enda­málum felagsins er at styrkja sosialu eins væl og fakligu viðurskiftini millum tey

vitja okkum á: mfs.fo


búskaparfrøðilesandi í keypmannahavn «

lesandi. Á hvørjum ári verður skipað fyri vár- og heystveitslu. Endamálið er at saml­­ ast til bæði gaman og álvara. Til hvørja veit­slu royna vit at fáa ein av limunum at halda eina minni framløgu um onkra spenn­ ­ andi uppgávu, sum tey hava gjørt í sam­ band við lestur ella arbeiði. Undirtøkan fyri veitslu­ num hevur altíð góð, og hildið verð­­ur vanliga á til tann ljósa morg­un. Felagsakpur

Vit seta hol á hvørja lestrarhálvu við einum felags túri á kaffihús, mat­stovu ella barr. Hesir túrar geva serliga teimum nýggju les­andi høvið

at venda ivamálum í sam­ b­ and við lesturin við onnur les­andi, ið hava verið í somu støðu. Tá undirtøka hevur verið fyri tí, hava vit eisini skipað fyri felags vitjan­ artúri á einum stovni ella fyritøku. Sum felag leggja vit dent á at knýta bond mill­um bú­skap­ar­frøðilesandi tvørtur um árgan­g­ir. Hetta gevur teimum les­ andi góðar møgu­ leikar at finna onkr­an at sparra við, sam­stund­is sum tað kann vísa seg at spæla ein av­ger­ an­di leiklut á yrkisleiðini seinni. Búskaparfrøðilesandi á Køben­ havns Uni­ versi­ tet hava sína dagligu skúlagongd á gamla kommu­nu­hospi­ talinum mitt í býn­­­ um, eisini kallað

lestrarhjálp

CSS. I stutt­um er bache­lor part­ur­in 3 ár og kandi­dat­urin 2 ár omaná. Eftir lokið prógv, fært tú heitið cand.polit. Facebook

BúK er eisini at finna á Face­book. So um tú skalt byrja á búskaparfrøði lestri­ num í nær­­ mastu framtíð ella hev­ ur spurningar við­ víkjandi bú­ skapar­frøði lestrinum, so sess­ast ikki aftur.


lestrarhjálp » málslig fyrireikingarskeið

» VINNA OG LESANDI

Navn:: Turid Christophersen Lesur: Bachelor í søgu - Smátjóðir og

LEINKJAN.fo

Vit skapa samband millum lesandi og fyritøkur

altjóðagerð Stað: Fróðskaparsetur Føroya Búsitandi

Leinkjan.fo er ein heimasíða, sum skal binda føroyskar fyritøkur og fólk undir út­ búgv­ing tættari saman. Hetta verður gjørt upp á tríggjar mátar:

í Tórshavn

Verkætlanir

Fyri­ tøkur kunnu á leinkjan.fo leggja út verk­ætlanir, sum tær kundu hugsað sær, at onkur lesandi arbeiðir við sum part av út­búgv­ingini. Tú kanst sum lesandi bjóða teg fram at skriva eina uppgávu um evnið. Um tú t.d. ikki veitst, hvat tú skalt skriva uppgávu ella ritgerð um, ber til at fara inn á leinkjan.fo at vita, hvørjar verkætlanir eru har. Um tú velur eina av hesum uppgávum, veitst tú, at tú skrivar um eitt evni, sum hevur týdning fyri føroyskt vinnulív. Hetta er eisini góður háttur at koma í samband við føroyskar fyritøkur. Skráseta lesandi

Tú kanst sum lesandi skráseta teg á leinkjan.fo, so fyritøkur hava møguleika at síggja tín profil og seta seg í samband við teg. Á henda hátt kunnu fyritøkur, sum heldur sjálvar vilja seta seg beinleiðis í sam­band við lesandi, fáa ein møguleika at síggja vangamyndirnar og seta seg í sam­ band við ein ella fleiri lesandi.

222 — Fjølnir2014

Tá tú skrásetur teg, er eisini møguleiki at gera eina leinkju til vangamynd á teimum sosialu miðlunum, so sum LinkedIn. Vit mæla til, at tú brúkar orku til at gera eina nágreiniliga Linked-In vangamynd, har tú greiðir frá tínari bakgrund og førleikum. Um tú ikki hevur eina LinkedIn vangamynd, er eisini møguligt at leinkja til Facebook ella Twitter. Mentorskipan

Á leinkjan.fo kanst tú søkja um at fáa ein mentor úr einari føroyskari fyritøku. Ein mentor er eitt starvsfólk við vitan og royndum at virka sum ráðgevi hjá tær sum lesandi. Mentorurin vegleiðir teg um ymisk viðurskifti í sambandi við eina yrkisleið í tí privata vinnulívinum í Føroyum og bindur seg til at nýta í minsta lagi 6 tímar árliga til hesa vegleiðing. Tað stendur tó mentorinum frítt at seta meira tíð av til vegleiðingina, um hann ynskir tað. Vinnuhúsið eigur og rekur leinkjan.fo, sum er ein ókeypis tænasta til lesandi og fyritøkur.

vitja okkum á: mfs.fo


Sosialurin 341800

setur.fo

skapa teg á setrinum Vit gleða okkum aftur í ár at taka ímóti nýggjum lesandi á Fróðskaparsetrinum Í 2014 verða 9 ymiskar bachelorútbúgvingar bodnar út:

Livfrøði kt-verkføði Lærari námsfrøði

♥ umsóknarfreistin at søkja inn eftir kvotu 2 er 15. mars 2014 á midnátt

♥ umsóknarfreistin at søkja inn eftir kvotu 1 er 1. juli 2014 á midnátt

sjúkrarøktarfrøði sosiaLvÍsindi og samfeLagspLanLegging poLitikkur og umsiting søga føroyskt

aLtjÓða skrivstovan - ask

Spyr og fá svar um útbúgvingar. Allar. Allastaðni. Tað er tú, sum tekur endaliga avgerð um tína útbúgving, men... ■ ASK kann vegleiða teg um tínar møguleikar, um tú ætlar tær at útbúgva teg í Føroyum ella uttanlands, antin tað er styttri ella longri útbúgving, verklig ella ástøðilig. ■ ASK tekur sær av vegleiðing og kunning út í heim og skiftislestri fyri lesandi á Fróðskaparsetri Føroya.

www.setur.fo/ask

■ ASK er kunningarstova fyri NORDPLUSskipanirnar í Føroyum. ■ ASK tekur seg av ensku málroyndini, IELTS, sum vanliga verður hildin í mai og november mánaði.


www.18-25.fo


Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.