Sjógvur & Fólk — #1

Page 2

2

SJÓGVUR & FÓLK — #1

Nakað vit kunnu vera stolt av

2018 hóttir íløgur

TANN FØROYSKA fiskivinnan tykist standa á einum vegamóti har tíðin er komin til at taka støðu til mál av týdningi fyri framtíðina. Í roynd og veru snýr tað seg fyrst og fremst um spurningin hvat vit vilja við fiskivinnuni og hví. Harav fylgja ymiskir spurningar um hvussu og hvat, og hetta blaðið tú situr við er ein roynd at fáa gongd á eitt arbeiði at útpeika og greina viðurskifti av týdningi fyri fiskivinnuna og harvið samfelagið. Vit vóna soleiðis at kunna vera til hjálp, um enn bert í lítlan mun, í at finna fram til skilagóðar og haldbarar loysnir til frama fyri vinnuna og samfelagið. Eingin ivi er um at avbjóðingarnar eru stórar, bæði fyri vinnuna sjálva og fyri restina av samfelagnum, eisini tað vaksandi talið á føroyingum ið ikki longur kenna seg so knýttar at fiski­v innuni. Gongdin tey seinnu árini hevur verið at alsamt færri arbeiða bein­ leiðis í sjálvari fiskivinnuni, kanska serliga orsakað av teimum tøkni­frøðiligu frambrotum sum hava kollvelt meir ella minni allar arbeiðsgongdir í fiskivinnuni so væl sum í øðrum vinnum. Vit eru fleiri og fleiri sum arbeiða innan tænastur av alskyns slag; men samstundis eiga vit ikki at gloyma at tann búskaparligi grund­ vøllurin ið tað føroyska samfelagið hvílir á er fyri ein stóran part framvegis fiskivinnan — leggja vit so alivinnuna afturat og aðra sjóvinnu har nógvir føroyingar arbeiða uttanlands, so er greitt at uttan hesar vinnur var lítið eftir at liva av í Føroyum. Alt broytist og soleiðis er eisini við fiskivinnuni. Landsins myndugleikar hava í eina tíð arbeitt við at dagføra lógina um vinnuligan fiskiskap og nógv hevur leingi verið kjakast um hvat ið eigur at verða broytt og ikki. Sera ymisk sjónarmið hava verið frammi, eisini við rættiliga radikalum hugskotum um hvussu best er at skipa fiskivinnuna. Hetta blaðið er ætlað sum eitt íkast til kjakið meðan vit bíða eftir nevndu nýskipanunum. Vit hava eftir førimuni roynt, serliga gjøgnum reportasjur og greiningar, at seta ljóskastaran á ymiskt sum ikki hevur verið so nógv at sæð til í tí almenna rúminum. Vilja vit hava eina sterka fiskivinnu í framtíðini — og um ja, hvussu vilja vit tryggja at hesin málsetningur eydnast til fulnar? Eru vit tilreiðar at góðtaka at hendan vinnan noyðist at kappast við somu og nærliggjandi vinnur í grannalondum, ikki bert um keyparar men eisini um starvsfólk á sjógvi og landi? Um svarið er ja, so mugu vit samstundis ásanna at tað er neyðugt fyri hesa vinnu at geva eitt gott búskaparligt avkast — og bjóða sínum fólki góðar sømdir. Trupulleikarnir eru eyðsýndir í heimaflotanum. Her bendir ymiskt á at verandi skipan fyri regulering eigur at verða endurskoðað — hví skulu tey fiskiskip ið virka undir fiskidagaskipanini stýrast við so harðari hond at tey hava ilt við yvirhøvur at kunna klára seg? Ein annar spurningur er hví býtið í verandi skipabólkar skal vera so læst. Og tá hava vit ikki nevnt tær stongdu leiðirnar — hvussu nógv áratíggju skulu ganga afturat áðrenn hesar aftur kunnu levera fisk sum fyrr, og hvar eru tær kanningar sum av fyrstum tíð liggja til grund fyri hesum steingingum? Samstundis sum vit umhugsa fiskivinnuna sum heild, hava vit í hesari útgávuni serliga hugt eftir tí spennandi menningini í uppisjóvarvinnuni. Eisini nema vit við nakrar av teimum avbjóðingum sum tann vinnan hevur fyri framman. Her er vissuliga nógv hjá okkum at vera stolt av, og eisini nógv at tríva í. Vælkomin — og góðan lesihug!

Kunningar- og kjakblað um føroyska fiskivinnu. m

Vit gera sum yrkisfólk okkara besta fyri at lýsa mál og faktuell viðurskifti rætt og endurgeva keldur neyvt. Tó taka vit fyrivarni móti møguligum prent­ villum og øðrum feilum ið kunnu koma fyri av misgáum, mis­skiljingum ella øðrum orsøkum. Hendan útgávan er ikki ætlað sum íløguráðgeving; hvørki blaðstjóri, medarbeiðarar ella aðrir persónar viðvirkandi ella nevndir í hesari útgávu, ei heldur lýsarar, kunnu ábyrgdast vegna møguligan búskapar­ligan ella annan miss sum hevði kunnað verðið bein­leiðis ella óbeinleiðis knýttur at handlingum við støði í innihaldi í hesari útgávu.

S

TÓR ÓVISSA valdar í fiski­ vinnuni um hvat sum skal hend­a á mid­nátt 31. des­emb­er 2017, tá øll verandi veiði­rætt­indi ganga út sum part­ur av ætl­að­um nýskipan­um í lóg­ini um vinnu­ ligan fiskiskap. Tann vaks­andi búskaparligi váð­in av hes­u m merkir at all­a r størri íløg­u r í fiski­v inn­uni fyri­bils eru lagdar á ís ella salt­aðar heilt — eingin kann byggja skip ella virkir und­ ir slík­um um­støð­um. Tað vátta fleiri leiðandi fiskireið­a rí sum Sjógvur & Fólk hevur tos­að við. Einki nýtt skip er komið til Før­oya síðan 2010; samanborðið við okkara grannalond er tað langt tíð. Spurt verður retoriskt: Hvør fer at byggja skip undir slík­um umstøðum, hvør kann gera lang­tíðar hand­ils­sátt­mál­ar, hvør ungur persónur við nýggjari

navigatións- ella maskin­útbúgv­ ing velur fiski­v inn­u na við so stór­ari óvissu hang­andi yvir sær? Anfinn Olsen, formaður í Før­oya Reiðarafelag, segði so­ leið­is í út­varps­samrøðu: “Tað er klárt at tað liggur fremst í hug­ an­um — hvat hendir í framtíðini; fiski­v inna er ikki bara soleiðis at venda, tað tekur ár at gera stórar broyt­ingar í fiskivinnuni. Tí er tað rættiliga átroknandi at man kem­ur inn í ta diskussiónina — hvat skal gerandisdagurin vera aft­an á 2018 fyri fiskivinnuna?” Spurdur av ÚF um reið­a r­ ar kenna seg ótryggar, svar­aði for­maðurin: “Ja, man føl­ir seg nokk­so ótryggan, tí sum man hoyr­ir frá politikarum so eru út­tal­ils­ini bæði í eystur og vest­ ur og suður og norð. Tað ger at man merkir ikki at tað er so stór

saml­ing á hvønn veg tað skal bera, og tí blívur man ótrygg­ur. Okk­a ra størsta ynski hevur al­ tíð verið og er at man veit hvørji rætt­indi man hevur, og harvið hvat man hev­u r at bjóða bæði í sambandi við íløgur og ikki minst yvir fyri tí fólki sum man skal hava umborð á skipunum. Fast rættindi, tað liggur fremst í hug­anum.” Jacob Vestergaard fiski­mála­ ráð­h arri viðurkennir trup­u l­ leik­an og sigur aðrastaðni her í blaðn­um at arbeitt verð­ur við at finna eina fyribils loysn. “Tað er greitt at vit mugu frá pol­it­isk­a ri og umsitingarligari síðu melda út nú hvat tað er sum vinn­an skal rokna við, og 2018 er ein trupulleiki sum ikki kann kveistr­ast til viks longur,” sigur fiskimálaráðharrin.   []

Kliptu 10% av realhýruni við einum pennastroki ÍROKNAÐ tað sokallaða til­ feing­is­g jaldið — eitt av­g jald upp á eina krónu fyri hvørt kilo av makreli og 50 oyru/kg fyri sild — rinda fiski­menn við uppi­ sjóv­ar­skipum ídag ein skatt sum sambært met­ingar liggur mill­ um 55 og 60 prosent av hýruni. Tað vísir Jan Højgaard, for­ maður í Føroya Fiski­mannafelag, á. Samstundis ásann­a r hann at tal­an er um eitt so stórt inntriv í hýruna hjá hes­um fiski­monn­um at tað svar­ar til eina lækking upp á um­leið 10 pst. av reallønini (les á síðu 28). “Hetta er ein ógvuliga óhepp­in støða, serliga tá so lít­ið for­stá­ilsi er fyri hesum í tí al­ menna rúm­in­um og tí polit­isku um­hvørv ­in­um,” segði Jan Høj­ gaard við Sjógv & Fólk. “Hetta er øgiliga keðiligt, fiskimenn eru snýttir av landinum við hes­ um gjaldi.” FØROYA FISKIMANAFELAG

. S J O G V U R o g F O L K . c o Útgáva: GlobalOne Press Ltd, Enterprise Busieness Centre, Admiral Court, Aberdeen AB11 5QX, United Kingdom +44 (0)845 053 1842 | www.nordixis.com Tekstur & blaðstjórn: Búi Tyril (ábyrgd) | bui.tyril@nordixis.com Foto: Maria Olsen | maria.olsen@nordixis.com Design & framleiðsla: Nordixis Media AB, Göteborg. w w w

Óvissan um veiðirættindi frá og við 2018 ávirkar nú alsamt meira íløguhugin í fiskivinnuni — reiðarar rokna við at ongar størri íløgur verða gjørdar fyri tíðina orsakað av vaksandi búskaparligum váða.

“Taka vit ein vanligan nóta­ mann so er hann í praksis uppi í eini 55 pst. í skatti tá avgjaldið á sild og makrel er tikið við. Tekur tú ein sum siglir við Næra­berg ella Norð­borg so er hann kanska uppi á 60 pst., leysliga mett. Í fjør [2013] rokn­aðu vit út at ein dekkari sum fiskaði við van­ lig ­um uppi­sjóv­a r­skipi og hevði góða inn­tøku, kom upp á 53 pst. í skatti íroknað avgjaldið, og hetta er hækkað mun­a ndi síð­ ani tá. Men sama skattatrýst ger seg ikki galdandi fyri onn­ur enn fiskimenn. Harafturat kem­ur at fiskimenn arbeiða ofta sera lang­ ar dagar umframt teir mugu vera burt­u r frá familju upp í fleiri mán­aðir í senn, og tað kann elva til strongd.” Hvussu ber tað til at onnur ið tjena líka góðar pengar ikki verða skattað líka hart? “Fyrst skal sigast at dekkarar við føroyskum fiskiskipum koma ikki so høgt upp í inntøku sum fólk tykjast halda — har hava ver­ ið onkrar tabellir hjá Bú­ skap­ar­ráðnum har man blandar yvir­menn og dekkarar og roknar út eina miðal inntøku fyri at disk­u­tera alt undir ein­um. Tað er jú misvísandi og gevur fólki skeiva fatan av veruleikanum. Ann­a rs hava vit fleiri bólkar í sam­fel­agn­u m sum hava góðar inn­tøkur; men tað løgna er at øll tyk­ist góðkenna tær inntøkurn­ ar soleingi talan ikki er um Jan Højgaard.

fiski­menn. Fólk gera fiskimenn til Svartaper, helst fyri at flyta fokus frá sersømdum sum onnur hava — hetta er eitt ikki ókent fyri­brigdi. Avgjaldið á makrel og sild er ein eyka­skatt­u r sum rak­ar fiskimenn tó uttan enn at vera viðurkendur sum slíkur.” Formaðurin ávaraði eisini ímóti spjað­ing. “Fólk eru blivin sett upp í­móti hvørj­um øðrum, og tað er ikki gott. Vit eiga at standa sam­an sum tjóð — tá fáa vit eitt gott úr­slit, og tað hevði klætt okkum betur.” Upp­h it­i ng­i n í uppi­s jóv­a r­ vinn­uni kann skjótt vera av. Út frá til­mæl­un­um frá ICES verða kvot­u rnar fyri makrel og sild vænt­andi lægri næsta ár. “Uppi­sjóvar­v inn­an man hava toppað fyri­bils; tað verður helst lakari nú, og makrel­k votan fer nak­að nið­u r og sildin eisini. Svart­kjaft­u rin hevur ikki havt tann sama prísin. Trupulleikin við verandi avgjaldi á makrel og sild er ikki minst at tann pol­ it­iska skipanin hevur funn­ið eitt eyka súgvi­rør til ‘stóra pott’ ístað­in fyri at tílík av­g jøld vórðu skip­að óheft av hvat fíggjar­lógin krev­ur; tað almenna hevur sínar inn­tøk­u r tryggj­aðar via skatta­ skip­an­ina. Hetta við at fara út at taka meir­a út úr vinn­uni gjøgn­ um hissini ­avgjøld, hvar skal tað enda — og hvat ger man um tað knappliga ikki ber til at heinta nakað inn tann vegin?” []


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.
Sjógvur & Fólk — #1 by Nordixis - Issuu