Page 1

FAST FASHION SKUNDMÓTI

UMHVØRVISVIKAN 2019 | 4.- 11. MAI


LEYGARDAGUR 4. MAI 11.00 Turið Horn, forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevndini, setir Umhvørvisvikuna á Vaglinum · Plantið eitt træ. Fólk fáa ókeypis plantupakkar at taka heim við. (Í bygdunum í kommununi luta staðbundnu nevndirnar plantupakkarnar út leygardagin 11. mai.)

· Livandi tónleikur við Jens Marna Hansen. · Loppumarknaður í Tinghúsgarðinum. · Plantumarknaður í gongugøtuni. · Mótasýning við klæðum úr endurnýtsluhandlum.

SUNNUDAGUR 5. MAI 14.00 »Gakk og bind« - Neytakonutúrur suður í Kálváirnar við Dortheu Joensen. Farið verður úr Steinatúni klokkan 14.00. Ferðaleiðari verður við á túrinum, sum er lættur at ganga. Verið væl skødd og í gummistivlum. Túrurin er ókeypis. Tilmelding á torsinfo@torshavn.fo ella á tlf. 30 24 25.

MÁNADAGUR 6. MAI 08.30 »Nýnýtsla« - verkstova fyri 5. flokkar Tórshavnar kommunu. 09.00

Umhvørvisverkstovur fyri dagstovnar, skúlar og frítíðarskúlar á Margarinfabrikkini. Tilmelding á fabrikkin@torshavn.fo

10.00 The True Cost - filmssýning fyri 6.-10. flokkum í Tórshavnar kommunu. 19.00 »The Needle has a Point« - verkstova um Sashiko brodering við Tine Wessel (DK) á Býarbókasavninum. Opið er til kl. 22. Tilmelding á torsinfo@torshavn.fo ella tlf. 30 24 25.

TÝSDAGUR 7. MAI 08.30 »Nýnýtsla« - verkstova fyri 5. flokkar Tórshavnar kommunu. 08.30 Prentverkstaður: Tak egna t-shirt ella innkeypsnet við oman í Perluna og prenta búmerkið hjá Umhvørvisvikuni á plaggið. Eisini er møguligt at fáa ókeypis t-shirt úr endurnýtslu á staðnum. Prentið kostar 75 kr. Opið er til kl. 17.30. Dugni skipar fyri tiltakinum. 09.00

Umhvørvisverkstovur fyri dagstovnar, skúlar og frítíðarskúlar á Margarinfabrikkini. Tilmelding á fabrikkin@torshavn.fo.

10.00 The True Cost - filmssýning fyri 6.-10. flokkum í Tórshavnar kommunu. 11.00 »Stoppa heldur enn at shoppa!« - lær at stoppa hosur við Herbjørg Dalsgarð á Býarbókasavninum. Havið hosu við! Opið er til kl. 15. UMHVØRVISVIKAN | 4.- 11. MAI 2019


14.00 »Gev gomlu troyggjuni nýtt lív« - tak troyggjuna undir armin, og kom oman í Ullvøruhúsið og fá prei frá kvinnunum handan Shisa Brand og Steinum, til hvussu gamla troyggjan kann fáa nýtt lív. Opið er til kl. 20. 14.00 »Nýnýtslu POP-UP« - forvitnisligur marknaður við endurnýtsluklæðum í Perluni. Opið er til kl. 17.30. 19.00 »The Needle has a Point« - verkstova um Kogin brodering við Tine Wessel (DK) á Býarbókasavninum. Opið er til kl. 22. Tilmelding á torsinfo@torshavn.fo ella tlf. 30 24 25.

MIKUDAGUR 8. MAI 08.30 Prentverkstaður: Tak egna t-shirt ella innkeypsnet við oman í Perluna og prenta búmerkið hjá Umhvørvisvikuni á plaggið. Eisini er møguligt at fáa ókeypis t-shirt úr endurnýtslu á staðnum. Prentið kostar 75 kr. Opið er til kl. 17.30. Dugni skipar fyri tiltakinum. 09.00 Umhvørvisverkstovur fyri dagstovnar, skúlar og frítíðarskúlar á Margarinfabrikkini. Tilmelding á fabrikkin@torshavn.fo 10.00 The True Cost - filmssýning fyri 6.-10. flokkum í Tórshavnar kommunu. 08.30 »Nýnýtsla« - verkstova fyri 5. flokkar Tórshavnar kommunu. 14.00 »Lær at leggja buksur upp« – tak í mesta lagi tvey pør av buskum við tær og kom við á seymiverkstovu hjá Marjun Heimá. Opið er til kl. 19. 19.00 The True Cost - í samstarvi við Filmsfelagið sýnir Tórshavnar kommuna ­filmin, ið snýr seg um klæðini, vit brúka, fólkini, ið gera klæðini, og hvørja ávirkan ­klædna­ídnaðurin hevur á heim okkara. Guðrun Rógvadóttir frá Guðrun og Guðrun, ­innleiðir filmin, sum verður vístur í Havnar Bio. Ókeypis atgongumerki eru at fáa á www.bio.fo - avmarkað nøgd!

HÓSDAGUR 9. MAI 08.30 »Nýnýtsla« - verkstova fyri 5. flokkar Tórshavnar kommunu. 08.30 Prentverkstaður: Tak egna t-shirt ella innkeypsnet við oman í Perluna og prenta búmerkið hjá Umhvørvisvikuni á plaggið. Eisini er møguligt at fáa ókeypis t-shirt úr endurnýtslu á staðnum. Prentið kostar 75 kr. Opið er til kl. 17.30. Dugni skipar fyri tiltakinum. 09.00

Umhvørvisverkstovur fyri dagstovnar, skúlar og frítíðarskúlar á Margarinfabrikkini. Tilmelding á fabrikkin@torshavn.fo

10.00

The True Cost - filmssýning fyri 6.-10. flokkum í Tórshavnar kommunu.

11.00 »Stoppa heldur enn at shoppa!« - lær at stoppa hosur við Herbjørg Dalsgarð á Býarbókasavninum. Havið hosu við! Opið er til kl. 15. UMHVØRVISVIKAN | 4.- 11. MAI 2019


HÓSDAGUR 9. MAI 14.00 »Lær at bøta klæðir« - tak í mesta lagi tvey pløgg við tær og kom við á seymiverkstovu hjá Marjun Heimá. Opið er til kl. 19. 14.00 »Bjarga miskeypinum« - fá góð ráð frá Katrinu í Geil, master stíl­ráðgeva, og Elini Lindenskov, stílráðgeva, um tey klæðini tú ikki trívist í og ikki brúkar. Tak í mesta lagi trý pløgg við oman í Perluna og fá vegleiðing at gera skjótar broytingar á staðnum, soleiðis at tú fært gleði av plagginum aftur. Opið er til kl. 17. 19.00 Evniskvøld um skundmóta á Reinsarínum: · »Tað góða keypið« - fyrilestur við Katrinu í Geil, master stílráðgeva. · »FAST FASHION – hvar eru vit ávegis?« - fyrilestur við Randi Samsonsen, tekstil listakvinna. · Livandi tónleikur við JASMIN. · Umhvørvisstuðulin verður latin umframt Grøna virðislønin frá Tórshavnar kommunu og Grøna gávan frá Etika.

FRÍGGJADAGUR 10. MAI 08.30 Prentverkstaður: Tak egna t-shirt ella innkeypsnet við oman í Perluna og prenta búmerkið hjá Umhvørvisvikuni á plaggið. Eisini er møguligt at fáa ókeypis t-shirt úr endurnýtslu á staðnum. Prentið kostar 75 kr. Opið er til kl. 17.30. Dugni skipar fyri tiltakinum. 08.30 »Nýnýtsla« - verkstova fyri 5. flokkar Tórshavnar kommunu. 09.00 Ruddingardagur fyri skúlar, virkir og stovnar í Tórshavnar kommunu Tilmelding á www.torshavn.fo 09.00

Umhvørvisverkstovur fyri dagstovnar, skúlar og frítíðarskúlar á Margarinfabrikkini. Tilmelding á fabrikkin@torshavn.fo

14.00 »Bjarga miskeypinum« - fá góð ráð frá Katrinu í Geil, master ­stílráðgeva, og Elini Lindenskov, stílráðgeva, um tey klæðini tú ikki trívist í og ikki brúkar. Tak í mesta lagi trý pløgg við oman í Perluna og fá vegleiðing at gera skjótar broytingar á staðnum, soleiðis at tú fært gleði av plagginum aftur. Opið er til kl. 17.

LEYGARDAGUR 11. MAI 09.00

Almennur ruddingardagur Ruddingardagur fyri eigarafeløg, ítróttarfeløg, skótar og øll onnur. Tilmelding á www.torshavn.fo

Nærri kunning: torshavn.fo & facebook.com/umhvorvisvikan

Profile for Visit Tórshavn

Umhvørvisvikan 2019  

Skrá (FO)

Umhvørvisvikan 2019  

Skrá (FO)

Advertisement