Page 1

Visit Faroe Islands

ÁRSFRÁGREIÐING 2013


Innihald

INNGANGUR 3 FERÐAVINNAN 2013 Í TØLUM NÝGGJ STRATEGI FYRI FERÐAVINNUNA Í FØROYUM

2 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2013

4 8

VISIT FAROE ISLANDS

12

NÝTT FERÐAVINNUBRAND

14

VISIT FAROE ISLANDS SKAPAR FJØLMIÐLAUMRØÐU FYRI YVIR 20 MIÓ. KR.

20

YVIRLIT YVIR MARKNAÐARFØRINGSVIRKSEMI Í 2013

24

ONNUR TILTØK

48


Inngangur 2013 vísti seg at gerast eitt sera spennandi ár fyri føroysku ferðavinnuna. Eitt ár tá nógvar av grundfortreytunum fyri ferðavinnuna í Føroyum vórðu endurskaptar. Nýggj visjón, nýggj strategi, nýggj játtan, nýggj starvsfólk, nýtt brand og nýggj hagtøl vóru nakrar av broytingunum. Hetta var eisini árið, tá arbeiðið við at marknaðarføra Føroyar sum ráðstevnu­ land, av álvara fór í gongd og er hetta nakað vit vænta okkum nógv av framyvir. Tann tvífaldaða játtanin hevur givið okkum heilt nýggjar møguleikar fyri framtíðina. Vit kunnu nú arbeiða við fleiri marknaðum og segmentum enn fyrr, og kunnu sostatt gera Føroyar meira kent sum ferðafólkaland, eins og skapa størri áhuga fyri øllum teimum mongu tilboðum, sum okkara land hevur at bjóða. Potentialið er stórt og tað er eingin ivi um, at ferðavinnan kemur at vaksa komandi árini. Okkara vakra land við nógvum autentiskum og øðrvísi upplivingum møtir einum týðiligum ráki á marknaðunum, har eftirspurningurin eftir júst hesum er vaksandi. At vit nú hava fingið Hagstovuna at gera hagtøl aftur fyri ferðavinnuna ger, at tað verður lættari at máta úrslitini av tí samlaðu íløguni. Sum tað sæst aðrastaðni í hesi frágreiðing, eru vit í 2013 komin upp um 130.000 gistingar, sum skulu verða 200.000 í tali ár 2020. Málið er høgt, men vit ivast ikki í, at hetta er møguligt at røkka, um tær fortreytir, sum vit nú hava fingið, verða hildnar. PR-úrslitið fyri 2013 slær øll met, við heili 100 fjølmiðlavitjanum samanborið við uml. 50 vitjanum árið fyri. Hetta gevur eitt PR-virði uppá yvir 20 mió. krónur og tá er milliónavirðið fyri alla ta digitalu umrøðuna í greinum á tíðindaportalum og bloggum ikki íroknað”

Hóast vit á Visit Faroe Islands bert hava verið trý fólk í starvi størra partin av 2013, hevur virksemið verið stórt. Í hesi ársfrágreiðing kunnu tit fáa eina nærri mynd av virkseminum hjá Visit Faroe Islands í hesum árinum, har vit lýsa tey ymsu virkisøkini, herundir fjølmiðla­ vitjanir, ymisk tiltøk uttanlands, samstørv eins og tiltøk í Føroyum. Eg vil nýta høvi at takka øllum tykkum mongu, sum hava verið við í hesi tilgongd. Ferðavinnuni sjálvari fyri stuðul og gott íkast til strategiina og tykkum sum luttóku í branding tilgongdini. Ein serlig tøkk til tykkum landspolitikkarar, sum hava víst sera stóran vælvilja og áhuga í hesi tilgongd. Eg gleðist serliga um, at allir 33 løgtings­ limir atkvøddu fyri at tvífalda játtanina til ferðavinnuna. Vit taka hetta sum eitt stórt álit, men fyrst og fremst sum eina stóra ábyrgd, sum vit øll í ferðavinnuni í felag mugu gera alt fyri at liva upp til.

Øll marknaðarføring tekur nú útgangsstøði í nýggja ferðavinnu­brand­ inum, sum effektiviserar marknaðarføringina av Føroyum.

Takk fyri gott samstarv í 2013!

Gleðiligt er eisini at síggja, at fíggjarúrslitini hjá nógvum av aktørunum í vinnuni nú í størri mun ganga tann rætta vegin.

Guðrið Højgaard Stjóri, Visit Faroe Islands Ársfrágreiðing 2013 / Visit Faroe Islands - 3


Ferðavinnan 2013 í tølum

Ferðavinnan 2013 í tølum Eftir nýggju samstarvsavtaluni, millum Hagstovu Føroya og Visit Faroe Islands, sum kom í gildið 1. jan. 2013, savnar Hagstovan nú inn hagtøl um gistingina kring landið. Øll gistingarhús, kampingpláss og aðrir útleig­ arar skulu lata hagtøl inn til Hagstovuna um tal av vitjandi, hvørjum landi tey búgva í, og hvussu leingi tey gista. Við hesum upplýsingum ber aftur til at fylgja neyvt við, hvaðan ferðafólkini, sum gista í Føroyum, koma, og ikki minst at kunna máta uppsettu málini eins og fylgja við, hvussu ferðavinnan broytist frá ári til árs.

4 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2013

Aftur at gistingarhagtølun­ um verða framyvir eisini gjørd meira um­fatandi lykla­tøl, sum vísa týdningin av ferðavinnuni fyri tjóðar­ búskapin, tal av arbeiðs­ plássum eins og neyvari ferða­fólka­lýsingar.


TOP 10 listi yvir útlendskar gistingar í 2013 GISTINGAR Í 2013 vórðu 130.771 gistingar í Føroyum. Í 2012 var hetta talið uml. 100.000, men tey tølini skulu takast við fyrivarni, av tí at tey vóru givin sjálvboðin og ikki sum krav við heimild í lóg, sum tann nýggja avtalan við Hagstovuna inniber. Tað ger, at hesi tølini ikki eru samanberilig. So hóast vøksturin sær stórur út, og vinnan eisini merkti vøkstur í 2013, ber sostatt ikki til at siga neyvt, hvussu stórur partur av hesum vøkstrinum stavar júst frá 2013, samanborið við 2012. Hetta tí at ein partur av hesum vøkstrinum kann stava frá tølum, sum ikki vórðu latin inn sjálv­boðin í 2012. Yvir helvtin av teimum útlendsku gistingun­ um eru danskar. Sum tað fram­gongur koma tey vitjandi sum heild fyrst og fremst frá nærmarknaðunum. Flestu gistingar verða gjørdar á gistingarhúsum, heili 73% av teimum samlaðu gistingunum. 68% av

gisting­unum verða gjørdar í Suður­­streymi. Mest vanligt er tað at koma til Føroyar sum einstaklingur á eini frítíðarferð, svarandi til 54% av øllum komum. CRUISE Talið av cruise gestum hevur verið í støðug­ um vøkstri í nógv ár og setti nýggj met í 2013. Talið av skipum hevur verið rættuliga støðugt tey seinnu árini, men tað er serliga talið av ferðafólkum sum økist. Hetta kemur av at cruiseskipini sum heild gerast størri og kunnu rúma fleiri gestum. Talið av cruisegestum er meira enn fimm­ faldað síðani ár 1999. Í 2013 vitjaðu sostatt 44.316 cruisegestir í Føroyum tá 49 cruise­­ skip vitjaðu. Harafturat vóru 21.139 starvs­ fólk umborð og nógv av teimum velja eisini at fara í land tá skipini leggja at. Hetta gevur eitt samlað gestatal uppá 65.455 fólk.

1. Danmark 2. Noreg 3. Týskland 4. Ísland 5. Bretland 6. Svøríki 7. Italia 8. Niðurlond 9. Finland 10. USA

Størsti parturin av skipunum leggja at í Tórshavn, men í 2012 og 2013 hava fleiri skip enn vanligt lagt at í Klaksvík. Flestu gestir í 2013 komu úr Stóra Bretlandi, USA, Týsklandi, Canada og Fraklandi.

Ársfrágreiðing 2013 / Visit Faroe Islands - 5


Ferðavinnan 2013 í tølum

Komur (”Check-in’s) í 2013, flokkaðar eftir mánaði og endamáli við ferðini

Gistingarnætur 2013, flokkaðar eftir bústaðarlandi og slag av gisting Land

Gistingarhús

Ból og biti

Íbúð/hús

Kamping

Íalt

Danmark

39048

606

8101

334

48,089

Í bólki (10+), business

4%

Einstaklingar, business

30%

Føroyar

23746

123

12293

3385

39,547

12%

Noreg

6819

72

1081

40

8,012

54%

Týskland

4353

386

1730

806

7,275

Ísland

3997

24

950

211

5,182

Bretland

3465

186

792

159

4,602

Svøríki

3271

42

111

53

3,477

Italia

931

145

442

30

1,548

Niðurlond

938

40

178

194

1,350

1113

36

112

79

1,340

USA

912

84

69

40

1,105

400 mió. kr í umsetningi

Spania

497

10

539

12

1,058

450-500 arbeiðspláss

Frakland

481

37

73

52

643

100.000 ferðafólk

Grønland

342

12

Kelda: Ferðavinnufelagið og VFI

Europa annars

3101

68

560

Asia

330

23

114

Avstralia og NýSæland

129

11

14

12

166

Norðuramerika annars

241

8

14

19

282

Miðamerika og Karibia

3

4

8

15

Suðuramerika

154

18

172

Nær og miðeystur

177

177

Í bólki (10+), leisure Einstaklingar, leisure

100%

Onnur vegleiðandi lyklatøl fyri føroysku ferðavinnuna

Finland

Fleiri hagtøl kunnu síggjast á visitfaroeislands.com

Afrika annars

9

2

Ikki upplýst

284

363 4,013 467

104

106

1782

1,782

95,832

1,917

27,312

5,710

130,771

Gistingarnætur 2013, flokkaðar eftir slag av gisting og mánaði Ból og Biti Gistingarhús Íbúð/Hús

2013/01 2013/02 2013/03 2013/04 2013/05 2013/06 2013/07 2013/08 2013/09 2013/10 2013/11 2013/12 Tilsamans 2

17

31

60

413

743

445

178

24

2

2

1,917

2,620 4,174 5,414 6,255 9,820 12,954 16,145 13,494 10,329 6,692 4,963 2,972 95,832 453 786 1,392 1,259 1,634 3,751 8,193 4,873 1,973 1,318 945 735 27,312

Kamping 28 74 251 1,770 3,388 182 17 5,710 Tilsamans

3,075

4,960

6 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2013

6,823

7,573

11,588

17,369

26,851

22,200

12,662

8,051

5,910

3,709

130,771


Gistingarnætur 2013, flokkaðar eftir øki og mánaði

2013/01 2013/02 2013/03 2013/04 2013/05 2013/06 2013/07 2013/08 2013/09 2013/10 2013/11 2013/12 Tilsamans

Suðurstreymur

2,118 3,352 4,721 5,015 8,113 11,947 18,687 12,506 8,946 5,850 4,314 2,891 88,460

Uttan fyri Suðurstreym 957 1,608 2,102 2,558 3,475 5,422 8,164 9,694 3,716 2,201 1,596 818 42,311 Tilsamans

3,075

4,960

6,823

7,573

11,588

17,369

26,851

22,200

12,662

8,051

5,910

3,709

130,771

Gistital (belegningur) í % á gistingarhúsunum, mánaðarliga og fyri árið sum heild 100% 90% 80% 70% 60% 50% 40% 30% 20% 10% 0% 2013/01

2013/02

2013/03

2013/04

2013/05

2013/06

2013/07

2013/08

2013/09

2013/10

2013/11

2013/12

Fyri árið

Talið av cruisegestum, starvsfólkum og komum 1999-2013 50,000 45,000

Ferðafólk

Mannskap

60

Skip

50

40,000 35,000

40

30,000

30

25,000 20,000

20

15,000 10,000

10

5,000 0

0 1999

2000

2001

2002

2003

2004

2005

2006

2007

2008

2009

2010

2011

2012

2013

Kelda: TAKS / Hagstova Føroya

Ársfrágreiðing 2013 / Visit Faroe Islands - 7


Nýggj strategi fyri ferðavinnuna í Føroyum

Nýggj strategi fyri ferðavinnuna í Føroyum Stórur altjóða vøkstur Ferðavinna telist millum tær vinnur, sum í heimshøpi vaksa skjótast. Sambært WTO er ferðavinnan sum heild vaksin við 4% um árið seinastu tíggju árini og væntast ein vøkstur uppá 5,3% árliga fram til 2020. Flestu lond kring okkum hava havt stóran vøkstur í nevnda tíðarskeiði. Í Føroyum hava vit ikki hagtøl, sum kunnu staðfesta nágreiniliga, hvussu

8 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2013

menningin hevur verið. Tað kann kortini staðfestast, at Føroyar ikki hava staðið seg væl í kappingini um at fáa ferðafólk, og at vinnuni tørvar fleiri kundar til at fáa ferð á menningina. Tað er ein sannroynd, at kapasiteturin á gistingarhúsum er so at siga óbroyttur síðan miðskeiðis í 1980-árunum, og lutfalsliga gistitalið er eitt av teimum lægstu í Europa.


Føroyar hevur tó eitt stórt potentiali sum ferðafólkaland. Fyri tann kræsna ferðandi er hetta ein serstøk uppliving, sum tú ikki finnur aðrastaðni. Men uttan hollan kunnleika og effektiva marknaðarføring detta Føroyar burtur ímillum so nógv onnur ferðatilboð. Visit Faroe Islands hevur tí í tøttum samstarvi við vinnuna gjørt eina nýggja strategi, sum hevur til endamál at fáa vøkstur í ferða­vinnuna í Føroyum. STRATEGIIN LEGGUR DENT Á 3 FOKUSØKI: 1. Samskipan av marknaðarføringini út frá einum felags brandi: Øll marknaðar­ føring skal samskipast við útgangs­støði í einum felags ferðavinnubrandi fyri Føroyar, fyri best møguligu effekt. 2. Karmar: Arbeiða við at skapa best møgu­ligu karmar fyri vinnuna, her­undir betra lóggávuna, sum skal geva tryggari karmar og størri úrtøku til veitararnar. 3. Menning: Verða við til at menna vinnuna burðardygt sum heild, her­undir fyrst og fremst vera ráðgevandi í produktmenning, íløgumenning eins og útbúgvingarmenning.

Ársfrágreiðing 2013 / Visit Faroe Islands - 9


Nýggj strategi fyri ferðavinnuna í Føroyum

VISJÓN Ferðavinnan skal verða ein nýggj basis­vinna fyri landsbúskapin, sum skal mennast á ein burðardyggan hátt, við fyriliti fyri føroyska fólkinum, umhvørvinum og búskapinum.

2020: · 200.000 gistingar íalt · + 450 arbeiðspláss (í mun til hagtøl fyri 2011) · 1. mia. kr. í umsetningi

Føroyska ferðavinnan skal tvífaldast og geva minst 1 milliard krónur í umsetningi í 2020.

1 mia. í umsetningi fram til 2020 inniber, at vinnan skal hava ein árligan vøkstur á í miðal 10-11% árliga fyri at røkka málinum. Málini eru realistisk at røkka við núverandi fortreytum.

LANGSIKTAÐ MÁL FRAM TIL 2020 Vit skulu í felag seta Føroyar á heimskortið sum serstøk, áhugaverd og burðardygg ferðavinnutjóð! 2015: · 140.000 gistingar íalt · + 200 arbeiðspláss (í mun til hagtøl fyri 2011) · 600 mió. kr. í umsetningi

10 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2013

Fleiri gistingar geva eitt hægri gistital til gistingarstøðini, og ein øktur umsetningur kemur at gagna allari vinnuni. Arbeiðspláss verða skapt í øllum pørtum av vinnuni, alt frá ferðaleiðarum, upplivingarveitarum, flutnings­ feløgum, gistingarhúsum og matstovum til sølu- og marknaðarfunktiónir. Aðrar hjávinnur fara eisini at fáa ágóða av hesum vøkstri­num.

HØG RAÐFESTING AV TÍ ALTJÓÐA MARKN­AÐARFØRINGINI Fyri at fáa neyðuga vøksturin, skal størst møguligur partur av játtanini komandi árini nýtast til ta altjóða marknaðarføringina. Hetta merkir, at høvuðsdentur skal leggjast á marknaðarmenning fram um produkt­ menning. Fyri at leingja ta stuttu sesongina, skal Føroyar í størri mun seljast sum ferða­mál alt árið. Hetta verður gjørt við at fara eftir at fáa fleiri ráðstevnur og ávísar áhugabólkar, sum hóska til okkara útboð. Hetta fer eisini at gera tað lættari at fáa fleiri av “teimum røttu“ ferðafólkunum, ið leggja meiri pening eftir seg enn higartil. Áhugabólkarnir finnast á øllum teimum raðfestu marknaðunum.


VAL AV MARKNAÐUM OG SEGMENTUM: Marknaðirnir verða deildir upp í A, B og C-marknaðir, har A-marknaðir hava hægst raðfesting:

tøk

B2C Átøk

A

B2B

B2C

Tiltøk Messur Verkstovur

Tiltøk Messur

B

B2B

Faldarar Tíðindabrøv Sølutilfar Kunningarferðir Heimasíða C

rá ða

Í fyrsta umfari verður farið eftir teimum marknaðum, sum hava ”low hanging fruits,” tvs. har kunn­leikin um Føroyar er lutfalsliga størstur, og har tað harvið er lættast at fáa fleiri ferðafólk skjótt. Hetta hevur við sær, at tað í størri mun enn áður verður satsað upp á Norðurlond. Á A-marknaðunum verður arbeitt við øllum segment­um, tvs. Brúkara (B2C), Fjøl­miðlum (Media) Søluliði (B2B). Á útvaldum A-marknað­­­um verður eisini arbeitt við fundar- og ráðstevnu­fyrireikarum. Á B-marknað­unum verður í høvuðsheitum arbeitt við fjølmiðlum og sølu­­liði. Á C-marknað­unum, verður bert arbeitt á grundstøði og átøk verða bert gjørd í serligum førum.

Meira útgreinað kunning fast um strategi­ina við at venda sær til Visit Faroe Islands.

a rkn Ma

· A-marknaðir: Norðurlond, Týskland, Stóra Bretland · B-marknaðir: Benelux, Italia, Spania, Frakland · C-marknaðir: USA, Kina, Japan, Russland, onnur europeisk lond

Øll marknaðarføring tekur nú útgangs­støði í branding-profilinum, og alt arbeiði skal hanga saman, fyri at fáa størst møguligu effekt. Alt frá átøkum úti á marknaðunum til tey evni, sum fjøl­miðlar skriva um, til heima­­síðu, sosialar miðlar, tiltøk, framløgur eins og sølutilfar, sum seljarar í vinnuni hava við, tá ið tey møta kundum o.s.fr.

MEDIA Fjølmiðlatúrar Tíðindaskriv Tíðindabrøv Heimasíða

B2C

Faldarar Sosialir miðlar Heimasíða

Ársfrágreiðing 2013 / Visit Faroe Islands - 11


Visit Faroe Islands

Visit Faroe Islands Visit Faroe Islands (VFI), sum er stovnur undir Vinnumálaráðnum, hevur til endamáls at samskipa og marknaðarføra Føroyar sum ferðafólkaland til tess at skapa vøkstur innan føroyska ferðavinnu.

MISSIÓN Visit Faroe Islands skal arbeiða við trimum S’um: · Savna, Samskipa og Selja Føroyar sum ferðamál. · VFI skal í tøttum samstarvi við vinnu og myndugleikar marknaðarføra og menna Føroyar sum ferðafólkaland mótvegis úrvaldum marknaðum og málbólkum. · VFI skal vera eitt dynamiskt lokomotiv við kjarnuførleikunum innan marknaðarføring og know-how, sum skal savna og samskipa alla vinnuna, bæði inneftir í Føroyum og úteftir mótvegis marknaðunum.

Munnligt og grafiskt er Ferðaráð Føroya longu byrjað at kallað seg við tí nýggja navninum, Visit Faroe Islands, hóast tað formelt ikki kemur uppá pláss fyrrenn í 2014.

STARVSFÓLK Visit Faroe Islands hevur í dag 5 ársverk.

FØRLEIKAR OG FUNKTIÓNIR á Visit Faroe Islands

Stjóri

Marknaðarføring Privat & PR

12 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2013

Marknaðarføring Vinna

Marknaðarføring Digitalt

Skrivstova Bókhald


NÝGGJ JÁTTAN = NÝGGIR MØGULEIKAR

JÁTTAN Játtanin hjá Visit Faroe Islands í 2013 á 14 mió. kr. varð nýtt soleiðis: · 10,1 mió. kr. til altjóða marknaðarføring · 3,9 mió. kr. til umsiting/rakstur/lønir/intern tiltøk í Føroyum Hetta merkir at heili 73% av játtanini hjá VFI fór beinleiðis í ta altjóða marknaðarføringina og er hetta meira enn tað uppsetta málið uppá 2/3 av játtanini. Harafturat umsat VFI tær 2,7 mió. kr. sum eru lógarsettar til stuðulsjáttanir: · 1,5 mió. kr. til stuðul til Økisfeløg/ Kunningarstovur · 0,5 mió. kr til NATA samstarvið millum Ísland, Grønland og Føroyar · 0,7 mió. kr. til krónu fyri krónu stuðulsjáttanina

MÁL HJÁ VISIT FAROE ISLANDS FYRI 2013  Liðugtgera ta nýggju strategiina - avgreitt  Arbeiða fyri eini størri játtan - avgreitt  Menna eitt brand fyri Føroyar sum ferða­fólkaland - avgreitt  Tillaga starvsfólkahópin - avgreitt  Finna nýggj høli - avgreitt  Fáa nýggjan samleika/navn sum innan­ lands og uttanlands - avgreitt  Fyriskipa ferðavinnudag fyri allari vinnuni í 2013 - avgreitt  Byrja uppbyggingina av vinnuferðavinnu - avgreitt  Fáa tættari samstørv í lag úteftir við møgu­ligar ”forlongdar armar” - avgreitt  Lansera nýggja brandið úti á marknað­ inum - avgreitt  Justera bygnaðin hjá VFI - í gerð  Amboðskassa til føroyingar, fyri at fáa fleiri “vanligar” føroyingar at hjálpa til við arbeið­inum - í gerð  Ambassadørnetverk fyri at fáa fleiri ráð­stevnur til Føroya - í gerð

Alt hetta hevur størra játtanin gjørt møguligt í 2013: · Intro á norska marknaðin · Intro á íslendska marknaðin · Intro á svenska marknaðin · Breið átøk við Smyril Line í DK · Átøk til áhugabólkar við Smyril Line í Týsklandi · Intro á italska og spanska marknaðin við Atlantic Airways · Nógv meira altjóða PR · Meira digitala marknaðarføring · Fleiri átøk innan áhugabólkar: mat, mc, fisking vm. · Menning av heimasíðuni · Skapa eitt nýtt brand · Nýggj hagtøl = nýggja kumpass

Ársfrágreiðing 2013 / Visit Faroe Islands - 13


Nýtt ferðavinnubrand

14 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2013


Nýtt ferðavinnubrand Seinast í 2012 byrjaði Visit Faroe Islands eina stóra bureau kapping um at gera nýtt ferða­vinnubrand til Føroyar. Endamálið var at sameina ferðavinnuna í ein felags boðskap, soleiðis at Føroyar sum ferðafólkaland kunnu standa sterkari og blíva meira sjónligar. Hetta er ein av týdningarmiklastu lyklunum til fram­ gongd. Eitt felags brand, sum øll marknaðar­føring av Føroyum sum ferða­fólka­land skal taka útgangs­ støði í. Føroyar skulu flytast úr bólkinum av londum, sum ikki hava nakran greiðan profil, til at standa sum eitt unikt og spennandi ferðamál í tilvitskuni hjá málbólkinum. Eitt land, fólk vilja vitja, ongantíð ov skjótt. Samanlagt 10 samtøk úr Føroyum, Íslandi, Noregi, Danmark, Svøríki, Englandi og USA góvu hvør sítt boð uppá hvussu Føroyar skuldi brandast sum ferða­fólkaland. Avgerðin varð tikin áðrenn summar­ frítíðina – og valið fall á konseptið hjá føroysku Sansum og donsku Liquidminds.

14. august 2013 varð nýggja ferðavinnu­brandið avdúkað á stórum tiltaki í Norður­landa­húsinum, har eisini fyrsti brandingsfilm­urin varð frumsýndur. Ikki kann sigast annað, enn at nýggja brandið varð sera væl móttikið. Konseptið er sterkt og afturmeldingarnar eru, at nýggja ferðavinnubrandið ber fram rætta boðskapin til móttakaran og harvið effektiviserar marknaðarføringina av Føroyum.

Búmerkið er listarligt, abstrakt og opið fyri tulkingum. Tann mest eyðsýnda tilvísingin er veðrurin, men eisini alda, gogguskel, stevn á víkingaskipum, ull og føroyski dansurin hava givið íblástur til skapið á búmerkinum. Ársfrágreiðing 2013 / Visit Faroe Islands - 15


Uspoleret skønhed

business

uninterrupted

everything seems simpler at a distance, like your new strategy.

Kun 2 timer fra Danmark Flyv til Færøerne

Fra

2.795,-

inkl. 2 nætter på 4 stjernet hotel

Mere info og bestil din rejse på www.atlantic.fo

visitfaroeislands.com

Tað er ein sannroynd, at tað eru fleiri ferða­fólk sum árliga vitja Galapagos oyggjarnar, enn tað eru ferðafólk, sum vitja Føroyar. At Føroyar eru órørdar og óuppdagaðar, er nakað av tí, sum er mest áhugavert, tá umræður ferða­­mál. Tað talar til nútíðar ferðafólkið, sum vil ganga egnar leiðir, heldur enn at fylgja fóta­sporum, sum onnur longu hava traðkað.

16 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2013

Við orðunum “Unspoiled, Unexplored, Unbelievable” og við einum “un” frammanfyri í lyklaorðum í lýsingartekstum, verður markerað, at Føroyar er nakað, sum tú ikki hevur upplivað fyrr. Harvið skilur ferðamálið Føroyar seg frá teimum “størri og betri”. Føroyar eru unikkar í sjálvum sær og øðrvísi enn øll onnur. Nýggja brandið er lætt at brúka í øllum miðlum, kann brúkast á øllum viðkomandi málum og kann selja Føroyar allar árstíðir.


drinking water

unfiltered

here the best drinks are on the house

BRÚK AV BRANDINUM Tað er Visit Faroe Islands, sum er eigari av brandinum, meðan øll í vinnuni verða boðin at verða brúkarar. Brandið skal geva teimum ymisku veitarunum eitt meirvirði og sam­stundis rúma teirra egna samleika og ítøkiliga søluboðskapi.

visitfaroeislands.com

Harafturat koma vit at eggja øllum føroying­um at brúka brandið í teirra netverkum, óansæð um tey eru úti á fundum, sum skiftis­næmingar, í teirra digitalu kanalum, osfr.

Der Ort ist

unentdeckt

Entdecken Sie die Inseln, entdecken Sie sich selbst

Ein brandbók er gjørd til endamálið við nágreiniligari frágreiðing um, hvussu brandið kann nýtast.

Die Reederei Smyril Line bringt Sie in dieses Wanderparadies und VisitFaroeIslands, das färingische Fremdenverkehrsamt zeigt Ihnen die schönsten Plätze und Routen!

Brandbókin kann takast niður á visitfaroeislands.com www.smyrilline.com

Ársfrágreiðing 2013 / Visit Faroe Islands - 17


Nýtt ferðavinnubrand

Avdúking av nýggja ferðavinnubrandinum í Norðurlandahúsinum 14. august 2013 Johan Dahl og Guðrið Højgaard til avdúkingina av nýggja brandinum

18 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2013


Johannes Jensen, Rúni V. Poulsen og Magni Arge

Vinnari av Ársins Marknaðarátaki 2013 Guðrið Højgaard og Súsanna Sørensen taka ímóti heiðrinum sum Ársins Marknaðarátak 2013

Ársfrágreiðing 2013 / Visit Faroe Islands - 19


Visit Faroe Islands skapar fjølmiðlaumrøðu

Visit Faroe Islands skapar fjølmiðlaumrøðu fyri yvir 20 mió. kr.

20 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2013


Visit Faroe Islands hevur gjørt upp virðið av greinum og sendingum, sum standast av teimum fjølmiðlavitjanum, sum VFI hevur samskipað. Ongantíð áður hevur VFI tikið ímóti so nógvum útlendskum fjølmiðlum sum í 2013, tá VFI stóð aftan fyri greinar um Føroyar í umleið 130 bløðum og tíðarritum, sum beinleiðis úrslit av fjølmiðlavitjanum og samstarvi við miðlar uttanlands. Heili 100 altjóða fjølmiðlar vitjaðu VFI í 2013 samanborið við umleið 50 vitjanir í 2012 .

Bløðini og tíðarritini eru úr londum sum Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi, Bretland, Týsklandi, Italia, Spania, Hollandi, Belgia, USA og Russlandi. Harafturat kemur eitt stórt tal av fjølmiðlagreinum og bloggum sum bert eru vístar á netinum. Ùrslitið av hesum hevur eisini milliónavirði, men eru ikki taldar við í úrslitið, av tí at tað enn er so ymiskt millum lond hvussu digitalu úrslitini verða mett.

Ársfrágreiðing 2013 / Visit Faroe Islands - 21


Visit Faroe Islands skapar fjølmiðlaumrøðu

Samlaða virðið á greinum um Føroyar í útlendskum miðlum í 2013 svaraði til 19 mió. krónur. Harumframt hava sjónvarps- og útvarpslið úr Danmark, Íslandi, Skotlandi, Englandi, Eysturríki, Spania, Latvia og Týsk­landi gjørt sendingar um Føroyar, har tey flestu hava verið í Føroyum og tikið upp. Metta virðið á hesum sendingum er 1,2 mió. krónur. Hetta gevur samlað 20,2 mió. kr. í PR-virði. Harafturat kemur eitt milliónavirði frá greinum sum eru vístar á heimasíðum hjá 22 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2013

altjóða fjølmiðlum eins og á bloggum. Hetta seinasta er ikki talt við í úrslitið, av tí at tað enn er so ymiskt millum lond hvussu digitalu úrslitini verða mett. Endamálið við fjølmiðlavitjanum er at fáa fleiri fólk at fáa eyguni upp fyri Føroyum sum ferða­máli. Ein av stóru avbjóðing­unum í arbeiðinum at selja Føroyar sum ferðamál er, at Føroyar eru ókendar. Greinar í bløðum og tíðarritum, sendingar í sjónvarpi og útvarpi

og umrøða á blogg­um er ein sera góður háttur at kunna um Føroyar. Samstundis eru miðlavitjanir ein sera bíligur háttur at fáa umrøðu, og greinar hjá miðlafólkum hava stórt trú­virði hjá lesarunum. Umframt at gera eitt miðvíst arbeiði at fáa miðlar áhugaðar í at vitja í Føroyum, fær VFI eina røð av fyrispurningum frá útlendskum miðlafólkum um at sleppa at vitja og skriva um Føroyar. Fyri at tryggja, at vitjanirnar geva


Hetta eru nakrir av teimum umleið 100 miðlum sum vitjaðu Føroyar í 2013 gjøgnum VFI

sum kunnu vera áhugaverdir, t.d. USA. Men eisini miðlar, sum leggja seg eftir ymiskum áhuga­bólkum, alt frá tónleiki til sniðgeving, fisking, kaving, surfing, renning, gongu­túrum og gourmetferðavinnu, verða boðin henda­ vegin. Tá PR-virðið fyri ferðavinnugreinar verður mett, er tað mest vanliga at brúka lutføllini 1:1, 1:2 ella 1:3. Orsøkin til, at lutføllini 1:2 og 1:3 verða brúkt, er, at trúvirðið í eini grein verður mett at vera størri enn í eini lýsing, og tí verður mett, at virðið tí eisini er størri – serliga tá hugsað verður um tað virðið, sum lesarin leggur í grein kontra lýsing. VFI hevur tó bert valt at nýtt lutfallið 1:1. Tað merkir, at ein bert telur virðið av tí greinin hevði kostað at keypt, í tilsvarandi lýsingar­stødd, og at tað ikki verður lagt eyka virði á trúvirðið, sum greinin hevur framum eina lýsing. ynskta úrslitið, er ein treyt fyri vitjan, at fjøl­­miðlafólkið hevur eina avtalu við ein blað­­stjóra um, at tey vilja prenta grein um Føroyar. Sum útgangsstøði verða flestu tíðinda­fólk boðin úr grannalondunum og frá teimum marknaðum, har arbeitt verður við at marknaðarføra Føroyar sum ferða­mál, so sum Italia og Spania, nú bein­leiðis loftvegis samband er hagar. Har­umframt verður skipað fyri vitjanum frá øðrum marknaðum,

Fyri at tryggja sær, at røttu miðlar og tíðinda­­ fólk verða boðin til Føroya, hevur VFI avtalu við PR-skrivstovur í Bretlandi og Týsklandi um hesa uppgávuna. Í báðum førum er talan um PR-skriv­stovur, sum hava hollan kunn­­ leika um miðlar, tíðindafólk og bloggarar og teirra fokusøki og styrkir, og hetta kann ikki undir­metast, tá røttu fjølmiðlavitjanirnar skulu fyriskipast. Fjølmiðlavitjanir verða fyriskipaðar í tøttum samstarvi við vinnuna í Føroyum, t.d.

flutnings­feløg, gistingarhús, matstov­ur, bilaleigu og útferðir. Á tann hátt eru øll við til at fíggja vitjanirnar og at tryggja, at Føroyar kann taka ímóti so stórum tali av útlendskum miðlum sum møguligt. Hetta er sera týdningar­mikið fyri marknaðar­føringina av Føroyum sum ferðamáli. Víst verður til heimasíðuna hjá VFI: www.visitfaroeislands.com/vinna, har tað er eitt dagført yvirlit yvir greinar í útlendsk­um miðlum. FAROE ISLANDS PODCAST Amerikumaðurin, Matthew Workman, hevur seinastu árini gjørt Faroe Islands Podcast. Eina ferð um árið, ferðast hann til Føroya at savna tilfar til podcast sendingarnar, ið verða sendar gjøgnum alt árið. Í 2013 hevði Faroe Islands Podcast 37.656 downloads. Tað eru serliga ensktalandi londini, sum taka niður Faroe Islands Pod­cast. Í 2013 var lutfallið: USA 38%, Stóra Bretland 25%, Føroyar 8%, Danmark 6%, Týskland 3%, Japan 2 %, Australia, Kanada og Kina 1% og írestandi 15% koma úr 115 øðrum londum. Sum við øðrum fjølmiðlavitjanum, stóð VFI fyri einum parti av ferðakostnaðinum hjá Matthew, tá hann var í Føroyum summarið 2013 fyri at fáa tilfar til nýggjar sendingar. Ársfrágreiðing 2013 / Visit Faroe Islands - 23


Marknaðarføringsvirksemi 2013

Yvirlit yvir marknaðarføringsvirksemi í 2013

24 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2013


รrsfrรกgreiรฐing 2013 / Visit Faroe Islands - 25


Marknaðarføringsvirksemi 2013

SPAR

20%

10 DAGES KOMFORTABEL MIDSOMMERREJSE TIL FÆRØERNE

Átak á Norðurbryggjuni

Rejs den 22. juni og oplev midsommeren på Færøerne. Overnat 7 nætter på komforthotel. Tag bilen med og kør selv.

Bestil inden 15. maj Tilbudspris pr. person*

5.990

* 3 dages krydstogt t/r over Nordatlanten med MS Norröna. 2 pers. indv. Kahyt, bilen med, 7 nætter på komforthotel. Morgenmad på hele rejsen. Tilbuddet gælder, ved bestilling senest 15. maj, når 2 voksne rejser sammen.

Bestil på booking@smyrilline.dk ring 96 558 500 eller læs mere på www.smyrilline.dk og www.facebook.com/smyrilline.dk

26 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2013

LÝSINGARÁTAK SAMAN VIÐ SMYRIL LINE Í DANMARK Várið 2013

DESTINATIONS, THE HOLIDAY AND TRAVEL SHOW, Í LONDON 31. jan. - 3. februar

Visit Faroe Islands og Smyril Line skipaðu fyri umfatandi lýsingarherferð í Danmark tíðliga í 2013. Herferðin fevndi bæði um lýsingar í sjónvarpi, bløðum og á heima­síðum og enda­­­ málið var at skapa sølu til summarið 2013.

Á stóru ferðavinnumessuni Destinations, sum var í London, vóru VFI og Atlantic Airways umboðað gjøgnum Sunvil Travel, sum er enskur agentur, ið selur Føroyar í Stóra Bretlandi. Møguleiki var at vinna ferð til Føroya á básinum, har gott 700 faldarar úr Føroyum vóru deildir út. 37.000 fólk vitjaðu messuna.

Sjónvarpslýsingarnar vóru vístar á TV2, meðan blaðlýsingar m.a. vóru í danska blaðnum Samvirke og bløðum hjá Jyllands­ posten. Online vóru lýsingar á fleiri heima­ síðum, m.a. Samvirke og á heima­síðum, sum venda sær til fólk, sum leita eftir ferðum. Serliga síðan hjá Samvirke gav góð úrslit. Hetta var áðrenn brandið hjá VFI var klárt, og var tað tí brandið hjá Smyril Line sum stóð sum høvuðsavsendari.


ÁTAK Á NORÐURBRYGGJUNI Í KEYPMANNAHAVN 5. februar 5. februar skipaði Visit Faroe Islands saman við Atlantic Airways, Smyril Line, Greengate, 62N og Hotel Føroyar fyri átaki fyri donskum og svenskum ferða­smiðum og sølufólkum á Norðurbryggj­uni í Keypmannahavn. Enda­ málið var at tryggja, at tey, sum longu selja Føroyar, hava dagførda vitan um Føroyar sum ferðamál, umframt at fáa fatur á fleiri ferðasmiðum, sum ynskja at selja Føroyar. Lisbeth Nebelong, sum er uppvaksin í Føroyum, og m.a. hevur skrivað Turen går til Færøerne fyri Politiken, hevði áhugaverda framløgu um, hvussu hon sá Føroyar sum ferðamál. Gutti Winther stóð fyri matinum og gjørdi leskiligar bitar við fiski frá Norðfra. Borðreitt var við øl frá Okkara og Føroya Bjór og snapsi frá Dism. Jens L Thomsen hevði eina framúr og inniliga framførslu. Seinni parturin av tiltakinum var skipaður sum verkstova, har veitarar og gestir eisini fingu ítøkiligar samrøður. Eini 50 danir vóru til tiltakið. Tiltakið fekk tíanverri ein bráðan enda, tá eldávaringin á Norðurbryggjuni fór frá og fólk vóru biðin um at fara úr húsinum. Hóast hetta, var tað eitt gott og væl­fyriskipað tiltak, og fleiri av hesum fólk­­un­um valdu at koma á Visit Faroe Islands 2013 átakið seinni í árinum. Eisini ferðasmiðir, sum ikki seldu Føroyar áðrenn.

Upprunaliga var ætlanin at skipa fyri einum líknandi tiltaki í Árhus, men tað vísti seg at verða trupult at savna nokk av keyparum úr Jyllandi. Í staðin vóru tey, ið høvdu meldað til, boðin við til Keypmannahavnar. Eini 5-6 fyritøkur tóku av hesum tilboðnum. MIDATLANTIC Í REYKJAVÍK 7. - 10. februar Føroyar hava í fleiri ár tikið lut á Mid­Atlantic, sum er átak hjá Icelandair fyri ferðasmiðum og sølufólkum úr USA og Kanada. Enda­ málið við luttøkuni er at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál fyri amerikanskum ferðasmiðum, sum selja Ísland, og sum kundu verið áhugaðir í at selja Føroyar, sum eitt eyka ferðamál til sínar kundar. Leisturin fyri átakinum varð broyttur í 2013. Møguleikin fyri at hava framløgu um Føroyar, sum undanfarin ár hevur drigið sera nógv fólk til føroyska økið, var ikki longur til staðar. Hetta merkir, at Føroyar ikki á sama hátt vóru sjónligar á MidAtlantic, men hóast tað, høvdu føroysku fyritøkurnar fitt av vitjanum. Umboð fyri Føroyar vóru Greengate, 62N, Atlantic Airways, Hotel Hafnia, HK bussar og VisitTórshavn. LÝSINGARÁTAK SAMAN VIÐ SMYRIL LINE Í TÝSKLANDI Várið 2013 Saman við Smyril Line í Týsklandi var Visit Faroe Islands við til at fíggja lýsingar­herferð í útvaldum miðlum í Týsklandi. Endamálið við lýsingunum var at gera vart við Føroyar sum

ferðamál fyri fólkum í Norðurtýsklandi og fólkum, sum metast hava áhugamál sum passa til Føroyar sum ferðamál. Lýsingarnar vóru í útvarpi umframt í serbløðum, sum venda sær til fólk við áhuga fyri fisking, motor­súklum og annars bløðum, ið venda sær til fólk við áhuga fyri náttúruupplivingum. Útvarpslýsingarnar vóru í útvarpsrás í Norður­ týsklandi. Eisini her var tað brandið hjá Smyril Line sum stóð sum høvuðs­avsend­ari, av tí at brandið hjá VFI ikki var liðugt. SØLUFRAMTAK Í BARCELONA 19. februar Í samband við beinleiðis flogrutuna hjá Atlantic Airways til Barcelona, varð avgerð tikin um at skipa fyri verkstovu í Barcelona fyri at kunna um Føroyar sum ferðamál og nýggja møguleikan at ferðast til Føroyar. Atlantic Airways, 62N og Greengate vóru við til tiltakið saman við Visit Faroe Islands. Verk­stovan varð fyriskipað í samstarvi við VisitDenmark í Spania, sum m.a. stóð fyri innbjóðingum av ferðasmiðum, sølufólkum, fjølmiðlum og bloggarum. Undirtøkan var stór, eini 50 fólk møttu upp og tað var sera stórur áhugi millum tey at selja Føroyar og fáa meira kunning um Føroyar sum ferðamál. Umframt verkstovu, varð eisini vitjað hjá ferðasmiðum í Barcelona. Eisini har var stórur áhugi, sum førdi til ítøkiligar fyri­spurningar beint eftir vitjanina, umframt at ferðasmiðir seinni valdu at vitja í Føroyum fyri at kunna seg nærri um Føroyar sum ferðamál. Ársfrágreiðing 2013 / Visit Faroe Islands - 27


Marknaðarføringsvirksemi 2013

Ferie for alle í Herning

Søluframtak í Barcelona 19. februar

Serblað borið út við Politiken og Jyllands­posten

28 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2013


Gunnvá Olsen úr Føroyum, sum býr í Barcelona og tosar spanskt, hevði framløgu við myndum úr Føroyum. Johan Joensen kokkur frá Áarstovu borðreiddi við føroyskum brellbitum, so sum fiski og røstum kjøti. Afturvið fingu fólkini høvi at royna føroyskt øl og føroyskan snaps. Lív Næs og Tróndur Enni kryddaðu kvøldið við teirra vakra sangi. Eftir tiltakið var Gunnvá Olsen eisini í sponsku útvarpsrásini Radio Intereconomía/COPE.E í eini sending, sum kallast ‘Viajar es un placer’ og tosaði um Føroyar. Útvarpsrásin hevur 1.7 mió. lurtarar, men tað hevur tíverri ikki verið gjørligt at fingið upplýst tal um júst hesa sendingina. Harumframt vóru fleiri ferða­ smiðir, sum nevndu møgu­leikan at bjóða Gunnvu við til kunda­kvøld hjá teimum, har hon kundi kunna um Føroyar sum nýggja ferðamálið í norði. Nakað av sponskum ferðafólkum ferðaðust til Føroyar í 2013. Ongin ivi er um, at Føroyar eru eitt áhugavert ferðamál fyri spaniólar, so arbeiðið við at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál í Spania heldur fram saman við vinnuni. SØLUFRAMTAK Í MILANO 21. februar Eftir Barcelona helt leiðin fram til Milano. Endamálið við túrinum var tað sama sum í Barcelona: at kunna um nýggja beinleiðis flogsambandið millum Føroyar og Milano. Visit Faroe Islands hevur í fleiri ár samstarvað við VisitDenmark í Italia um at marknað­arføra

Føroyar sum ferðamál, men hesaferð var tað serliga nýggja flog­sambandið, sum var áhugavert fyri luttakararnar. Eini 30 ferða­ smiðir høvdu leitað sær til verkstovuna. Fleiri av teimum vóru fólk, sum VFI kennir, og sum hava selt Føroyar í fleiri ár – tey meta, at tað nú verður munandi lættari at selja Føroyar.

Messan hevði 63.830 vitjandi í 2013. Um 1.000 faldarar úr Føroyum vóru deildir út frá føroyska básinum.

VFI hevði heitt á ein miðlamann og ein foto­­graf, sum høvdu verið í Føroyum á miðla­ vitjan í 2012, um at greiða frá teirra ferð til Føroyar. Tað var sera áhugavert at uppliva, hvussu Føroyar høvdu hugtikið teir.

Sunnudagin 3. mars varð serblað um Føroyar borið út við Politiken og Jyllands­posten í Danmark. Endamálið við blaðnum var at vísa dønum eina øðrvísi mynd av Føroyum.

SERBLAÐ UM FØROYAR VIÐ POLITIKEN OG JYLLANDSPOSTEN 3. mars

FERIE FOR ALLE Í HERNING 21. - 23. februar

Miðlakanningar hava víst, at profilurin hjá lesarunum hjá Politiken og Jyllandsposten samsvara serstakliga væl við málbólkin hjá Føroyum sum ferðamáli, og tí eru hesir báðir miðlar rættir til júst hetta serblað. Politiken kemur út í umleið 114.000 eintøkum og Jyllandsposten í 112.000 eintøkum í teirra sunnudagsútgávum. Sambært tølum hjá Politiken hevur blaðið 423.000 lesarar sunnudagar og Jyllandsposten hevur 365.000 lesarar sunnudagar. Við hesum náddi átakið útvið 800.000 lesarum íalt.

Ein onnur messa, sum hevur víst seg at geva góð úrslit, er Ferie for alle, sum verður hildin í Herning. Messan hevur seinastu árini ført til ítøkiliga sølu longu á staðnum.

Blaðið kom eisini út sum app, har 4600 fólk lósu elektronisku útgávuna av blaðnum í 2013 umframt tey sum halda Politiken og Jyllandsposten.

Úrslitini av messuni í 2013 vóru aftur góð. Nógv fólk vitjaðu básin, fleiri ferðir vórðu seldar, og nógvir fyrispurningar um ítøkiligar ferðir komu eisini heim við.

Blaðið, sum var 20 síður til støddar, vísti eina breiða mynd av Føroyum, við greinum, sum fevndu um so ymisk øki sum tónleik, mat, bókmentir, húsasnið, umframt greinar um uppløgd ferðamál runt um landið.

Johan Joensen frá Áarstovu borðreiddi við lekrum bitum úr Føroyum og Lív Næs og Tróndur Enni hugtóku við teirra sangi. Átakið førdi til fleiri umrøður í vinnu­miðlum dagarnar eftir tiltakið, har ser­liga dentur var lagdur á nýggja, beinleiðis sambandið millum Milano og Føroyar.

Føroyski felagsbásurin var umboðaður við Atlantic Airways, 62N, Greengate og VFI. Ársfrágreiðing 2013 / Visit Faroe Islands - 29


Marknaðarføringsvirksemi 2013

Fjølmiðlatúrur í Stóru Dímun

Ítøkilig úrslit sóust beinanvegin eftir útgáv­ una. Talið av vitjandi á heimasíðuni www. visitfaroeislands.com var tjúgu ferðir hægri enn vanligt, tann dagin blaðið kom út. Saman­ ­­­lagt fyri alla vikuna var talið seks ferðir hægri enn eina vanliga viku. Fleiri av sam­­­­starvs­­­­ feløgunum, sum høvdu lýsingar í blað­num, fingu óvanliga nógvar fyri­spurning­ar eftir at blaðið kom út, og seldu eisini nógv sum úrslit av fyri­spurningunum. Í blaðnum var kapping um at vinna ferðir til Føroya fyri tvey, eina við Smyril Line og eina við Atlantic Airways. Heili 9.315 fólk tóku lut í kappingini. 30 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2013

ITB Í BERLIN 6. - 10. mars Heimsins størsta ferðavinnumessa við yvir 170.000 vitjandi, harav 110.000 vinnu­ vitjandi, er ITB í Berlin. VFI varð umboðað á bási hjá Smyril Line, sum hevur tikið lut á messuni í fleiri ár, tí messan er eitt gott høvi at skapa áhuga fyri Føroyum sum ferðamáli. Messan er deild upp í tveir dagar fyri vinnuna og tveir dagar fyri almenningin. Millum 500 og 600 tourist guide’ir og image faldarar vórðu deildir út á messuni.

Umboðið hjá Smyril Line luttók eisini fyri VFI á fjølmiðlatiltaki, sum Ehrenberg Kommunikation, PR-bureau’ið hjá VFI skipaði fyri. Samstarvið við Ehrenberg er nýtt og tí var hetta fyrstu ferð, at Føroyar vóru umboðaðar á fjølmiðla­ tiltaki í sam­bandi við ITB. Tiltakið gav okkum samband við fleiri týskar miðlar, sum eru áhugaðir at koma á fjølmiðlavitjan í Føroyum í framtíðini.


meirsølu. Í blaðnum var kapping um at vinna ferðir til Føroya fyri tvey, eina við Smyril Line og eina við Atlantic Airways. Útvið 2.500 fólk tóku lut í kappingini. Heimasíðan visitfaroeislands. com hevði heilar 2.272 íslendskar vitjanir hesa vikuna, saman­borið við 50-100 íslendskar vitjanir eina vanliga viku. Serblað í Fréttablaðnum

VERKSTOVA Í LONDON 21. mars

SERBLAÐ UM FØROYAR VIÐ FRÉTTABLAÐNUM 16. mars Eftir góðu royndirnar við at geva út serblað í Danmark, varð avgjørt at geva eitt blað um Føroyar út í Íslandi. Enda­málið við blaðnum var í stóran mun tað sama sum í Danmark: at geva íslending­um eina meira breiða vitan um Føroyar sum spennandi ferðamál. Blaðið var borið út við Fréttablaðnum, ið er ókeypis blað, sum verður borið út til hvørt húsar­hald í Reykjavík og økinum uttanfyri Reykjavík og í Akureyri. Fréttablaðið kemur út í 90.000 eintøkum og er mett at verða tað blaðið, sum røkkur flest fólkum í Íslandi. Afturmeldingarnar uppá blaðið vóru góðar, og eins og í Danmark gav blaðið ítøkilig úrslit við

VisitDenmark í London skipaði fyri verk­stovu, har umboð fyri ferðaráð, flutnings­feløg, gistingar­ hús og ymsar veitarar av uppliving­um hava høvið at hitta enskar ferðasmiðir og miðlar. VFI og Atlantic Airways tóku lut á verkstov­ uni, sum vísti seg at verða áhugaverd fyri Føroyar. Samband varð knýtt við fleiri nýggjar ferða­ smiðir, m.a. InnTravel, sum seinni tóku lut á Visit Faroe Islands átakinum í mei, og sum longu eru byrjað at selja Føroyar. Somuleiðis er tiltakið eitt gott høvi at hitta teir ferða­ smiðir, sum longu selja Føroyar.

ÁTAK Í NORÐURLANDAHÚSINUM Í REYKJAVÍK 6. apríl Sum framhald av serblaðnum, sum var borið út við Fréttablaðnum, var skipað fyri tiltaki í Norðurlandahúsinum í Reykjavik. Bjóðað varð inn í bæði Fréttablaðnum og í útvarps­ lýsingum til føroyskan seinnapart, har umboð fyri Smyril Line og Atlantic Airways tóku ímóti. Leif Sørensen matgjørdi við rávørum frá Norðfra og Okkara øl. Í Norðurlandahúsinum var sýning við myndum og video úr Føroyum gjøgnum dagin og Brandur og Tróndur Enni sungu. Afturmeldingarnar frá tiltakinum vóru sera góðar. Eini 500-600 fólk leitaðu sær í Norður­­ landahúsið, og øll vístu sera stóran áhuga fyri Føroyum sum ferða­máli. Fleiri bókingar vóru gjørdar á stað­num og nógv høvdu ítøkiligar fyri­spurningar, sum skuldi svarast eftir tiltakið. Maturin var rivin vekk og fólk tóku sera væl ímóti framførslunum hjá Brandi og Trónda. 220 íslendarar vitjaðu heima­síðuna visitfaroeislands.com hesa vikuna, samanborið við 50 eina vanliga viku.

17 ferðasmiðir og 2 miðlar luttóku á tiltak­ inum. Hóast talið ikki var so stórt, var góðskan á kundunum góð, eisini tá atlit verður tikið til tann lága prísin, og er tað tí áhugavert at luttaka aftur í 2014. Ársfrágreiðing 2013 / Visit Faroe Islands - 31


En artig historie er om øya med 9 innbyggere der de fikk fløyet inn et piano – for de ønsket seg bare litt underholdning… Verdens beste øysamfunn Av 111 øysamfunn er Færøyene kåret til verdens beste av magasinet National Geographic Traveler, foran Azorene, Island, Shetland og Lofoten. Ikke uten grunn. Færøyene løftes frem som det mest autentiske og uberørte øyriket. Færøyene består av i alt 18 øyer, hvor 17 av dem fortsatt er bebodde. Et eventyr i det danske kongeriket...

– velkommen til FæRøyene!

Men har du hørt om Færøybanken? Her svømmer den ettertraktede og store Færøytorsken som kun fiskes i mars måned. Også sjøkrepsen er den største og beste, sies det!

FOTO: ÓLAvUr FrEDrikSEN

18 øyer midt uti havet, noen grønne og frodige, noen steinete og bratte. Som påler midt ute i det frådende havet står de steilt mot naturkreftene. Menneskenes samspill med naturen gjør deg ydmyk og bergtatt. Sterke inntrykk – røft og uendelig vakkert.

Klimaet som gir den beste maten Klimaet på Færøyene preges av Golfstrømmen med milde vintre og kjølige somre. Dette er med på og skape de beste lagringsforholdene for de fantastiske råvarene. «Ræst» er den færøyske metoden for fermentering og tørking av råvarer som godgjør seg lenge i full gjennomtrekk og forvandles til lekkerbiskner. Maten på Færøyene får smaksløkene til å sprette som killinger i fjæra.

Kreative krefter i øysamfunnet Skapertrangen er utbredt og står sterkt på øyene. Musikklivet blomstrer med for eksempel Eivør Pálsdóttir, som har laget CD med norske Vamp, og Summartónar med konserter over hele øyriket om sommeren. Færøysk design ledes an av Gudrun & Gudrun med moderne uttrykk og sterke røtter.

– Færøyene er vanskelig å finne og umulig å forlate. Sitat ukjent turist. Få med deg det unike Helikopter er de lokales «buss» og infrastrukturen er for øvrig topp med undersjøiske tuneller og moderne ferger. Dette gjør det enkelt å komme seg til selv de mest utilgjengelige perler. Fugletitting, fiske, dykking, klatring, båtsafari og ridning er noen av aktivitetene du kan velge i. Lokal guide og færøysk matpakke er et must! Verdens minste hovedstad, Tórshavn, er kompakt og spennende. Her kan alt nås til fots. Hotellene Hafnia og Torhavn og Streym ligger midt i sentrum. Her finner du et spennende kulturliv, gode shoppingmuligheter og fine restauranter.

FOTO: kimErLEy COOLE

Rått, autentisk, ekte

«Øyeblikksvær» og sanseopplevelser Om regnet pisker hva så, i neste sekund er det tåke, så kanskje litt sludd, deretter skinner solen! Menneskene her lar seg ikke affisere av vær og vind. Livet går sin naturlige gang. «Furet værbitt» får en helt ny dimensjon. Glimtet i øyet er der uansett. Sansene bades i inntrykk. Det skiftende været forsterker lys og skygge. Knallfargete hus mot sarte naturtoner, våt mose og sjøluft – frisk luft i ansiktet og varme i hjertet!

Villsauen gresser rett utenfor hotellvinduet, urter og vekster likeså. Mer kortreist og ærlig mat skal du lete lenge etter! Det gastronomiske miljøet ledes an av kokken Leif Sørensen på den utsøkte restauranten KOKS på Hotell Føroyar, rett overfor Tórshavn.

De beste råvarene rett fra havet

FAKTA

· Færøyene betyr saueøyene eller de fjerne øyer · Beliggenhet: Halvveis mellom Norge og Island, i Golfstrømmen · 18 øyer på til sammen 1399 km2 · Innbyggere: 49 000 · Hovedstad: Torshavn

Tradisjonelle hus og stabbur i Saksún

FOTO: CLAES BECH-POULSEN

REISE TIL FÆRØYENE: atlanticairways.fo Bergen – Færøyene København – Færøyene smyrilline.fo Hirtshals – Færøyene

Flott natur og fossefall ved Gásadalur

MER INFORMASjON: visitfaroeislands.com visitdenmark.no

Samstarv við VisitDenmark í Noreg

SAMSTARV VIÐ VISITDENMARK Í NOREG 1. - 28. apríl Visit Faroe Islands tók saman við Smyril Line og Atlantic Airways stig til átak hjá Visit­ Denmark í Noreg um at markn­aðarføra Føroyar sum ferðamál móti norðmonnum, sum annars vanliga ferðast til Danmarkar. Samstarvið fevndi um tvey ymisk átøk: eitt digitalt serblað í vg.no og lýsingar, sokallaðar adver­torials, í vikuskiftisblaðnum hjá Dagens Næringsliv.

32 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2013

Tað var eitt sindur ivasamt, um tað var rætt at arbeiða saman við VisitDenmark á teirra brandingpalli. Avgjørt varð tó at royna tað, tí til deils var tað føroyska brandið ikki klárt, og tí at mett varð, at tey, sum vanliga ferðast til Danmarkar og ofta hava verið har fleiri ferðir, eru opin fyri einum øðrum ferðamáli tætt við Noreg. Samstundis hevur Føroyar tilboð, sum hesi fólkini leita eftir. Úrslitið av samstarvinum var sera positivt. Av 37 ferðavinnugreinum, sum lógu á vg.no, var mest lisnað greinin “Færøyerne er anner­ ledes”. Greinin hevði samanlagt út við 7000

unikkar lesarar, og var hetta meir enn dupult so nógv sum grein nummar tvey. Tilsamans vóru 5 greinar um Føroyar við í átaki­num, og tríggjar av hesum vóru á topp 10 yvir mest lisnu greinar, hinar vóru nr. 11 og nr. 17. Evnini á greinunum vóru um Føroyar sum ferðamál yvirhøvur, um Tórshavn, um binding, tónleik og um mat. Digitala serblaðið hjá VisitDenmark hevði samlað sæð umleið 40.000 lesarar. Av teimum søgdu umleið helvtin, at tey høvdu ætlanir um at ferðast til onnur Norðurlond komandi summar, og 78% søgdu, at tey vilja

artevida.no / FEELGOOD of Norway

Marknaðarføringsvirksemi 2013

aDveRtoRial


lesa greinar í líknandi serbløðum í framtíðini. Flestu lesarar komu úr Oslo økinum, men Rogaland og Hordaland vóru næst á list­­a­num. Rogaland og Hordaland liggja á vestur­strondini í Noregi og hóska væl til sam­­bondini hjá bæði Atlantic Airways úr Stavanger og Bergen og ferjusambond úr Noreg til Hirtshals til rutuna hjá Smyril Line. Lýsingin í vikuskiftisblaðnum hjá Dagens Næringsliv, D2, fekk eisini sera góða og nógva umrøðu. Lýsingin var yvir tvær síður við flottari mynd úr Mykinesi og teksti um Føroyar sum øðrvísi og autentiskt ferða­mál. Næstan samstundis var ferðagrein í sama blað um oyggja­samfeløg, har Føroyar og okkara ríka fuglalív vóru nevnd. Arbeiðið við tí greinini var farið fram langt áðrenn, men tað styrkti lýsingina, at grein um Føroyar var prentað sama stað næstan samstundis. GOURMETTILTAK 13. - 17. apríl Felagið Solea skipaði saman við fiska­útflyt­ arum og ferðavinnuni fyri einum átaki í Føroyum í apríl fyri at kasta ljós á ferðavinnu og føroyskar rávørur. 9 fjølmiðlafólk og 5 kokkar úr Danmark, Svøríki, Finnlandi, Týsklandi, Belgia, Eystur­ ríki, USA, Russlandi og Turkalandi vóru við til tiltakið, sum fevndi um fleiri dagar við mat­­upp­livingum á høgum stigi eins og náttúruog mentunarupplivingum.

Ein týðandi partur av vitjanini var at at síggja, hvaðani rávørurnar koma, og tí varð vitjað á alibrúkum, hjá hummara­fiskarum, o.s.fr. Útlendsku luttakararnir, sum vóru mat­ høvundar og kokkar, fingu eina serstaka uppliving í Føroyum. Higartil eru greinar prentaðar í hesum fjølmiðlum: Politiken, finska vinnu­blaðnum Forum, Die Welt í Týsklandi, Condé Nast Traveller í Russlandi eins og 3 greinar í Der Standard í Eysturríki. Sum liður í at menna føroyska gourmet­ ferðavinnu, sum er eitt av fleiri nýggjum rákum innan altjóða ferðavinnu, var VFI partur av tiltakinum. Talan er um eina spennandi vinnugrein í stórum vøkstri, har Føroyar í dag eiga sítt natúrliga pláss. Grein­ arnar um Føroyar sum matland røkka einum nýggjum og áhugaverdum málbólki. MATHALLEN, OSLO 19. - 21. apríl Visit Faroe Islands, Atlantic Airways og Smyril Line tóku lut á “Smag på Danmark” tiltaki, sum Visit Denmark í Noreg skipaði fyri í Mathallen í Oslo. Málbólk­urin fyri tiltak­inum vóru vaksin fólk, sum ferðast uttan børn og sum leita eftir góðum upplivingum bæði innan náttúru, mentan og mat. Hóast hetta var eitt tiltak, sum hevði Danmark og upp­ living­ar í Danmark í fokus, so varð mett, at tað var vert at royna at selja Føroyar til hendan málbólkin, sum í stóran mun longu hevur verið í Danmark fleiri ferðir og tí kundi lokkast til eitt annað spennandi grannaland.

18.300 fólk vitjaðu Mathallen hesar dag­ arnar. Av teimum vitjandi, sum tóku lut í eftirmetingini, søgdu út við 90%, at tað var eitt sera væl eydnað tiltak. Kokkurin Gutti Winther gjørdi mat við rávør­um frá m.a. Norðfra. Harumframt var møguleiki at keypa øl frá Føroya Bjór. Enda­málið var at geva norðmonn­um ein smakk av Føroyum. Tað var stórur áhugi fyri føroyska básinum og fólk vóru sera fegin um brellbitarnar frá Gutta. Eini 400 faldarar frá Visit Faroe Islands vóru deildir út á tiltakinum og eini 100 øl vóru seldar. Tíanverri vóru trupulleikar við at fáa faldara og øl gjøgnum norska tollin, so okkurt av tí kom ov seint og okkurt kom als ikki fram. Manglandi tilfarið darvaði í ein ávísan mun arbeiðinum at selja Føroyar á tiltakinum. Beint áðrenn Mathallen skuldi lata upp sunnu­dag, vóru fólk biðin um at fara úr bygninginum, tí illgruni var um gassleka í bygninginum. Eftir at hava bíða eina løtu, var avgerð tikin um, at tað ikki var trygt at loyva fólkum inn í Mathallen yvirhøvur sunnudagin. Hetta merkti, at átakið misti ein heilan dag, og tað var sjálvandi sera óheppið fyri útstill­ar­arnar, tí roknað var við nógvum vitjandi sunnu­­dagin.

Ársfrágreiðing 2013 / Visit Faroe Islands - 33


Marknaðarføringsvirksemi 2013

Gourmetátak í Barcelona

Leif Sørensen og Joan Roca, høvuðskokkur á heimsins bestu matstovu

34 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2013


VFI 2013 2. - 5. mei Visit Faroe Islands átakið er árligt átak hjá eini samlaðari føroyskari ferðavinnu. Enda­málið við tiltakinum er, at bjóða útlendskum ferða­smiðum til Føroya, soleiðis at teir sjálvir kunnu uppliva tað, sum Føroyar hava at bjóða ferða­fólk­um. Átakið varir í tríggjar dagar og fevnir um fleiri ymisk tiltøk, so sum framløgur, verk­stovur, har høvið er at hitta umboð fyri vinnuna, døgurða við mentan­ar­ ligum upplivingum og útferð. Atlantic Airways og Visit Faroe Islands skipaðu fyri tiltakinum, sum hevur breiða undirtøku millum føroyska ferðavinnu. Bæði gistingarhús, mat­stovur, útferða­veitarar og bussfeløg luttaka á tiltakinum og eru sostatt við til at gera tiltakið møguligt. 25 føroyskar fyritøkur tóku lut á Visit Faroe Islands. Í 2013 varð sjálv verkstovan og døgurð­­in hildin í Østrøm. Til døgurðan á Østrøm var ein røð av tón­leika­inn­sløgum, sum høvdu til endamál at vísa eina breidd í føroyskum tónleiki. Petra Iversen byrjaði við kingo, seinnu spældu Guðrið Hansdóttir og Kári Sverrison. Allir gestirnir fingu eina gávu heim við, í 2013 var gávan eitt steinprent av Fríðu Brekku, sum var gjørt í Steinprent. Beint omanfyri 40 útlendskir ferðasmiðir tóku lut. Teir komu úr Danmark, Noregi, Svøríki, Týsklandi, Stóra Bretlandi, Italia, Spania,

Hollandi, Finnlandi, Fraklandi, Ísrael, Sveis, Kekkoslovakia og USA. Útlendsku keypar­ arnir fingu viðkomandi vitan um Føroyar sum ferðamál heim við sær og fingu knýtt nýggj sambond við føroyskar veitarar, sum skulu brúkast í framtíðar samstarvinum teirra millum. Eins og undanfarin ár, vóru eftir­ meting­arnar av átakinum sera góðar. GOURMETÁTAK Í BARCELONA 27. mei Visit Faroe Islands skipaði saman við Atlantic Airways og Hotel Føroyum fyri átaki í Barcelona við tí endamáli at gera vart við Føroyar sum ferðamál fyri góðum matupp­ livingum og góðum rávørum. Fjølmiðlar og ferðasmiðir vóru boðin til døgurða á matstovuni Moo hjá kokk­inum Joan Roca. Bert fáar vikur undan døgurða­ num var matstovan El Celler de Can Roca hjá Joan Roca kosin at verða heimsins besta matstova. Hetta var við til at skapa serligan áhuga fyri tiltakinum. 20 fjølmiðlafólk umboð­ andi teir mest týdningarmiklu miðlarnar í Spania, herundir serliga Barcelona økið, vóru við til døgurðan. Harumframt tóku 7 umboð fyri ferðaskrivstovur eisini lut. Leif Sørensen og Joan Roca gjørdu ymiskar rættir við føroyskum rávørum, serliga føroysk­ um fiskavørum og Teitur hugtók við eini sera inniligari framførslu. Guðrið Højgaard hevði spanska framløgu um Føroyar.

Døgurðin gav sera stóra umrøðu í Spania, m.a. var innslag í tíðindasending í Barcelona TV, sum hevði samrøður við Joan Roca, Leif Sørensen og Guðrið Højgaard í einum yvir 4 min. longum innslagi. Tíðindasendingin hjá Barcelona TV hevur 105.000 hyggjarar. Dagin eftir døgurðan var Guðrið Højgaard, við í beinleiðis útvarps­sending hjá kendari spanskari útvarps­kvinnu, har tosað varð um Føroyar sum ferðamál og um føroyskan mat. Sendingin hevði 500.000 lurtarar. Maria Canabal, sponsk/fronsk miðla­kvinna, sum hevur verið í Føroyum fleiri ferðir eftir hennara fyrstu miðlavitjan í 2012, fyriskipaði átakið. ÁTAK Í SAMBANDI VIÐ LANDSDYST Í STOCKHOLM 11. juni Ein týðandi partur av strategiini hjá VFI er at gera brúk av tí áhuga og teirri umtalu, sum Føroyar fáa í útheiminum. VFI skal gera vart við Føroyar sum ferða­mál, tá høvið býðst, og talan sam­stundis er um ein marknaðar- og/ella málbólk, sum ynskt verður at røkka. Dyst­irnir hjá føroyska landsliðnum hava síðstu árini givið nógv slík spennandi og uppløgd høvi, m.a. í Italia, Týsklandi og í 2013 eisini í Svøríki. 11. juni spældu Føroyar landsdyst ímóti Svøríki í Stockholm. VFI hevði saman við Atlantic Airways og Smyril Line, bjóðað ferðasmiðum og miðlum til eitt tiltak undan dystinum. 50 luttakarar møttu upp, 45 Ársfrágreiðing 2013 / Visit Faroe Islands - 35


Marknaðarføringsvirksemi 2013

Magni Arge

36 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2013

Landsdystur í Stockholm


ferðasmiðir og 5 fjølmiðla­fólk, m.a. Svenska Dagbladet og Afton­bladet, sum eru størstu dagbløðini í Svøríki. Undir­tøkan var sera góð, tá hugsað verður um, at Føroyar er rættiliga ókent á svenska marknaðinum.

se, ta vikuna. Aftonbladet er mest vitjaði tíðindamiðil í Norðanlondum.

Gutti Winther gjørdi mat úr rávørum frá Norð­fra og bjóðaði góðaráð. Okkara og Dism lótu drekkivørur til tiltakið.

Árliga Vestnorden Travel Mart, VNTM, varð í 2013 hildið í Grønlandi. Hetta var fyrstu ferð í nógv ár, at tiltakið var hildið í Grønlandi og nógv varð gjørt burturúr. Høllin Inussivik, mentanarhøllin Katuaq og Hotel Hans Egede vóru karmur um tiltakið. Sum heild var tiltakið sera væl fyriskipað. Nógv hevði verið gjørt fyri at fáa nýggjar altjóða kundar til tiltakið og eydnaðist hetta eisini væl. Umleið 100 keyparar og fjølmiðlar luttóku á tiltakinum.

Guðrið Højgaard frá VFI innleiddi, og svenski fjølmiðlamaðurin Mattias Kroon hugleiddi um Føroyar sum ferðamál við denti á Føroyar sum matuppliving. Magni Arge hevði eina undirhaldandi røðu og Benjamin Petersen framførdi nøkur av sínum løgum. Síðan fóru øll til dystin, har gestirnir saman við VFI og samstarvsfeløgum, komu at sita saman við teimum hundrað­tals føroysku viðhaldsfólkunum, sum høvdu leitað sær til Stockholm at stuðla landsliðnum. Soleiðis fingu gestirnir møguleikan at uppliva góða stemningin saman við føroysku fjepparun­ um. Tiltakið eydnaðist einastandandi væl og gav veruliga luttakarunum ein smakk av Føroyum sum landi, mentan og ferða­máli. VFI og samstarvsfelagar fingu skapt áhuga og eisini sambond við nýggjar ferðasmiðir, sum vistu lítið og einki um Føroyar, og eisini nakrar av teimum størstu fjølmiðlunum í Svøríki. Í august vóru t.d. 6 síður um Føroyar í Svenska Dagbladet sum beinleiðis úrslit av tiltakinum. Eisini var orðið “Färöarna” mest søkta orðið á heimasíðuni hjá Aftonbladet, aftonbladet.

VESTNORDEN TRAVEL MART Í NUUK 21. - 22. september

VNTM var skipað við framløgum og verk­ stovum. Guðrið Højgaard frá VFI hevði eina framløgu um Føroyar, sum varð sera væl móttikin og skapti áhuga hjá fleiri nýggjum ferðasmiðum at byrja at selja Føroyar, m.a. frá USA. Hetta var fyrstu ferð, at nýggja brandið var roynt uttanlands og kann ikki sigast annað enn, at hetta eydnaðist sera væl. Brandið bant alla marknaðarføringina av Føroyum saman – líka frá framløguni hjá Guðrið til føroysku básarnar, sum allir høvdu myndir og tekstir frá nýggja brandinum. Føroyar fingu nógvar viðmerkingar og rós fyri hetta. Afturmeldingin frá vinnuni var, at tað var eitt gott tiltak við nógvum nýggjum sambondum og ítøkiligum fyrispurningum. Sum part av VNTM verður eisini skipað fyri sokallaðum post-túrum, ella kunningarferðum. Seks

møguligir keyparar komu við til Føroyar á kunningarferð, fyri at uppliva Føroyar. Hesir vóru úr USA, Russlandi og Fraklandi og eingin av teimum seldi Føroyar áðrenn vitjanina. Stutt eftir vitjanina komu fyrstu bókingarnar frá hesum ferðasmiðum, m.a. úr Russlandi. BÓKAMESSUR Í GØTEBORG OG FRANKFURT sept./okt. FarLit verkætlanin varð sett í verk fyri at gera føroyskar bókmentir sjónligari á altjóða bókamarknaðinum. Tað er eitt samstarv millum Bókadeildina, Nám, Sprotan, Fróð­ skap og MSF. FarLit stillaði út á bóka­mess­uni í Gøteborg 26.-29. september og í Frank­furt 9.-13. oktober. VFI valdi at taka lut í hesum samstarvi fyri at nýta høvi at gera vart við Føroyar sum ferðafólkaland í einum høpi, har tað ikki er kapping við onnur ferðavinnu­ tilboð, sum tað t.d er á ferðavinnu­messum. VFI hevði ikki egið umboð til messurnar, men var umboðað av verkætlanarleiðar­anum fyri FarLit, sum hevur ferðavinnu­bakgrund. Messan í Gøteborg hevði uml. 100.000 vitjandi og messan í Frankfurt hevði uml. 300.000 vitjandi. Básurin var bygdur upp við vøkrum myndum úr Føroyum, og tað fekk nógv vitjandi at steðga á og fáa meira at vita um landið. Luttøkan eydnaðist væl, 960 faldarar vórðu deildir út í Gøteborg og 1060 í Frankfurt.

Ársfrágreiðing 2013 / Visit Faroe Islands - 37


Marknaðarføringsvirksemi 2013

Miðlaátak í Østrøm áðrenn fótbóltsdyst

38 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2013

Vest Norden Travel Mart


MIÐLAÁTAK Í ØSTRØM ÁÐRENN FÓTBÓLTSDYST 10. september Bakkafrost og Smyril Line fyrireikaðu fjøl­­miðlatiltak í samband við landsdystin millum Føroyar og Týskland á Tórsvølli 11. september, og bóðu Visit Faroe Islands gerast partur av tiltakinum. Út við 100 fjølmiðlafólk úr Týsklandi skuldu koma til Føroyar í samband við dystin. Vanliga ger Visit Faroe Islands ikki átøk í Føroyum í samband við landsdystir, men tá talið av miðlum var so stórt, varð avgjørt at nýta hetta høvi til eisini at gera vart við Føroyar sum ferðamál. Tiltakið var í Østrøm og varð skipað í tøttum samstarvi við FSF. Miðlafólkini vóru boðin til ábit á middegi, sum var gjørt úr fiski frá Bakkafrost. Venjarin hjá týska landsliðnum hevði á tíðindafund­inum dagin fyri sagt, at tað einasta hann visti um Føroyar var, at hesar oyggjar hava heimsins besta laks. So tað passaði væl, at miðlafólkini fingu høvi at royna laksin. Fleiri framløgur vóru, m.a. tosaði Árni Olsen vegna Bakkafrost, Guðrið Højgaard hevði framløgu um Føroyar sum ferðamál og Lív Næs og Tróndur Enni framførdu eisini fyri fólkunum. Gitte Klein, sum tosar týskt, var vertur fyri dagin. Eftir mat og framløgur fingu miðlafólkini bjóðað ymsar útferðir, m.a. gongutúr út í Tinganes, túr við Rib 62 og túr við Norð­ lýsinum. Tiltakið eydnaðist væl og útvið 60 miðlafólk møttu til tiltakið. Sum so ofta áður,

sást landsdysturin aftur í vitjandi á heima­ síðuni hjá Visit Faroe Islands. Vanliga hevur síðan eini 400 vitjandi um dagin. Dagin undan dystin var talið heili 8.000, næstan øll, 93% komu úr Týsklandi. Á sjálvum dystar­­ degnum var talið av vitjandi á heima­síðuni um 1700. SKANDINAVISK VERKSTOVA Í MILANO 8. oktober VisitDenmark í Milano skipar á hvørjum ári fyri skandinaviskari verkstovu, har umboð fyri ferðaráð, gistingarhús og ymsar veitarar av upplivingum hava høvið at hitta italskar ferðasmiðir og miðlar. VFI, Greengate, 62N og Atlantic Airways tóku lut á verkstovuni, sum verður mett at vera eitt sera gott høvi at hitta ferða­smiðir, ið eru áhugaðir í Skandi­ navia, og tí eisini kunnu hugsast at vera áhugaðir í Føroyum. Somuleiðis er tiltakið eitt gott høvi at hitta teir ferðasmiðir, sum longu selja Føroyar. Um 60 italskir ferðasmiðir tóku lut á tiltakinum. Kunnað varð um, at Atlantic Airways fer undir beinleiðis flúgving til Føroya úr Milano um summarið. Tíðindini vóru móttikin við stórum áhuga, og økti tað eisini um áhugan hjá luttakarunum at hoyra nærri um, hvørjar nýggjar møgu­leikar hendan enn nýggja ruta kann bjóða. Sum heild merktu føroysku lut­takararnir ein øktan áhuga og nýggjar møguleikar á italska marknaðinum.

MICE ÁTAK Á DANSKA MARKNAÐINUM heystið 2013 Í august 2013 fekk Visit Faroe Islands nýggjan marknaðarleiðara fyri MICE økið, sum er altjóða heitið fyri vinnu­ferða­vinnu. Tað vil siga fundarvirksemi, ráðstevnur o.s. fr. Føroyar hava nógv at bjóða MICE segmentinum, við 5 stjørnað­um ráðstevnufasilitetum, 4 stjørnað­ um hotellum og útferðum á høgum støði. Fyri at koma skjótt og munagott í gongd við arbeiðið, varð fokus einans sett á danska marknaðin í 2013. Byrjað varð við einum serblaði í danska blaðnum Møde & Event hjá Kursuslex, samstundis sum fólk vórðu eggjaði til at fara inn á teirra heimasíðu at svara spurningum um teirra áhuga fyri Føroyum. Átakið varð fylgt upp við eini verkstovu á Norðurbryggjuni, har danskir fundarfyri­reik­ arar vórðu bodnir til eitt hugnaligt tiltak. 68 luttakarar vóru á verkstovuni, har nýggja framløgan um Føroyar varð borin fram av Visit Faroe Islands og teimum seks sam­ starvs­felagunum: Atlantic Airways, Green­ Gate, 62n Incoming, Hotel Føroyar, Hotel Hafnia og Norðurlandahúsið. Krásað varð fyri gestunum við mati eftir Leif Sørensen og sangi við Lív Næs og Tróndi Enni. Víðari varð fylgt upp á danska MICE-marknaði­ num í november 2013, har Visit Faroe Islands vegna sam­starvs­felagarnar í Føroyum, luttók á Møde­mekka og hevði 7 fundir við møguligar kundar.

Ársfrágreiðing 2013 / Visit Faroe Islands - 39


Marknaðarføringsvirksemi 2013

Mice átak á danska marknaðinum

40 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2013


Eisini varð kunningartúrur gjørdur við kundar hjá donsku fundar­fyri­skip­aranum VIA Agencia, harímillum Oticon, Rambøll, DSB og Nets. Hesin túrurin eydnaðist framúr væl og skoðs­málini hjá kundunum vóru sera høg. Samlaða átakið á danska marknaðinum í 2013 eydnaðist væl, har føroysku sam­starvs­ felagirnir hava fingið um 250 leads. Eisini er tað serliga áhugavert, at tøl frá Kursuslex vísa, at Føroyar nú eru nr. 3 á ynskiseðlinum hjá donskum fundarfyrireikarum. REJSEMESSE FOR KVALITETS­REJSER Í ØKSNEHALLEN Í KEYPMANNAHAVN 19. - 20. oktober Eins og fleiri undanfarin ár høvdu Greengate, 62N, Atlantic Airways og VFI føroyskan bás á ferðavinnumessuni í Øksnehallen í Keyp­ mannahavn. Messan vendir sær til fólk, sum leita eftir serlig­um ferðaupplivingum. 15.000 fólk vitjaðu messuna í 2013 og umleið 300 tourist guide’ir vóru deildar út á messuni, umframt tilfarið frá hinum veitarunum á básinum. Eisini var kapping um at vinna ferð til Føroya. Umframt sjálva framsýningina vóru eisini fyrilestrar partur av messuni, m.a. ein fyrilestur um Føroyar, sum Magni Arge helt fyri 90 fólkum. Harumframt var serligt tiltak, áðrenn messan lat upp, fyri kundum hjá Børsen og Mercedes Benz, har høvi var at hitta umboð á føroyska básinum, sum bjóðaðu øl frá Føroya Bjór. Hetta er eitt gott stað at gera vart við Føroyar, hóast henda messan kanska

ikki førir til líka nógva beinleiðis sølu á sjálvari messuni sum í Herning.

STOCKHOLM TRAVEL SHOW 24. - 26. oktober

ÁTAK TIL KONSERT HJÁ SYMFONI­ ORKESTRINUM Í HARPA, REYKJAVÍK 23. oktober

Hetta er eitt nýtt tiltak, sum varð fyri­skipað fyri fyrstu ferð og hildið í Gallerian, ið er størsta sølumiðstøð í Stockholm. Hetta “lønarvikuskiftið” í okto­ber vóru umleið 200.000 fólk í miðstøðini. Atlantic Airways og VFI luttóku úr Føroyum saman við 20 øðrum framsýnarum umboðandi ferðaráð, flutningsfeløg og ferðasmiðir. VFI skipaði fyri eini facebook kapping, har vinning­urin var eitt vikuskifti til Føroyar við flog og hotelli. Føroyar vóru eisini vertur fyri einum morgun­ mati, har 200 vinnufólk og 40 miðlaumboð tóku lut. Greengate var eisini við til morgun­ matin.

Symfoniorkestrið hevði tvær konsertir í Íslandi, eina í Akureyri og eina í Hørpuni í Reykjavík. Visit Faroe Islands og Atlantic Airways av­gjørdu at nýta konsertina í Hørpu sum høvi at gera vart við Føroyar sum ferða­mál. Nýggjárskonsertin hjá symfoniorkestrinum hevur verið víst bein­ leiðis í íslendskum sjónvarpi í áravís, so mett varð, at har kundi verið ein ávísur áhugi fyri konsertini og Føroyum annars. Í samstarvi við Hørpu var avtalað, at Leif Sørensen skuldi borðreiða við brellbitum undan konsertini, og at sjónvarps­skerm­ur skuldi setast upp, soleiðis at nýggi branding­ filmurin hjá VFI kundi vísast undan konsertini og í steðginum. Stóri konsertsalurin, sum tekur 1500 fólk, var fullsettur og afturmeldingarnar frá konsertini bæði í miðlunum og frá umboðum fyri Atlantic Airways og íslendsku ferðaskriv­stovuna vóru sera góðar. Umleið 500 eintøk av tilboðnum til konsert í Føroyum, sum íslendskur ferða­smiður hevði gjørt til tiltakið, eins og kunning frá VFI, vóru deild út eftir konsert­ina. Átakið er dømi um markn­aðar­føring, har farið verður eftir serligum málbólkum, sum eisini er ein týðandi partur av strategi’ini hjá Visit Faroe Islands framyvir.

Føroyar eru rættiliga ókendar fyri svium, men tað vísir seg avgjørt at vera áhugi fyri Føroyum sum ferðamáli. Støða skal takast nærri til, hvussu hesin áhugin skal møtast. Ein møgu­ leiki er at taka lut á onkrari messu gjøgnum ferðasmiðir, sum longu selja Føroyar, fyri at halda út­reiðslunum niðri, men eisini skal ar­beið­ast meira “online”, tá sviar eru størri brúkarar av digitalum miðlum enn flest onnur lond.

Ársfrágreiðing 2013 / Visit Faroe Islands - 41


Marknaðarføringsvirksemi 2013

Aito Meet The Press tiltak í London.

AITO MEET THE PRESS TILTAK Í LONDON 19. november AITO, sum er felagsskapur hjá enskum ferða­smiðum, Association of Independent Tour Operators, skipar á hvørjum ári fyri tiltaki, har enskir fjølmiðlar verða bodnir at hitta umboð fyri ferða­vinnuna. AITO loyvir eisini út­lendsk­ um ferðaráðum at vera limir. VFI metir hetta árliga fjølmiðla­átak vera eitt gott høvi at koma í sam­band við viðkomandi fjølmiðlafólk, sum eru áhugaði í fjølmiðlavitjanum til Føroya, og er tí vorðið limur í AITO. Á tiltakinum eru vanliga millum 70 og 100 miðlaumboð frá dagbløðum og magasinum, umframt fríyrkisfólk. Á tiltakinum letur AITO virðislønir fyri ársins grein, ársins bloggu og ársins tíðinda­fólk. Tíðindakvinna, sum hevði verið á miðlavitjan í Føroyum, var inn­stillað 42 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2013

til ársins bloggu fyri hennara frágreiðing úr Føroyum, men vann tó ikki. Eins og undanfarin ár fekk VFI ítøkiligar fyri­spurningar frá fjølmiðlafólkum, sum ynskja at koma til Føroyar at skriva greinar. Í ár var tó týðiligt, at fjølmiðlafólk í størri mun enn áður, høvdu hoyrt um Føroyar og vóru áhugaði í at finna vinklar til framtíðar greinar. Á tiltakinum vórðu fleiri nýggj sambond skapt, og høvi var at heilsa upp á fólk, sum hava verið í Føroyum, ella sum VFI hevur hitt fyrr. Umframt hetta tiltakið, hevur AITO eisini tiltak fyri fjølmiðlum um summarið. Umboð fyri sendistovuna í London umboðaði VFI á tiltakinum. Endamálið var aftur her at vísa á møguleikar fyri miðlavitjanum til Føroya.

KUNNNING FYRI FERÐASMIÐIR Ein týðandi liður í arbeiðinum at marknaðar­­ føra Føroyar sum ferðamál er at bjóða útlendskum ferðasmiðum á kunningar­ferð til Føroya, soleiðis at tey sjálvi kunnu uppliva oyggjarnar og hvat Føroyar hevur at bjóða ferðafólkum, umframt at síggja gistingarhús, matstovur o.a. Hesar ferðir, vanliga kallaðar fam-túrar (familiarization tours), verða skipað­ar í samstarvi við flutn­ingsfeløg, incoming og gistingar­hús. Í 2013 hevur Visit Faroe Islands havt vitjan av 45 ferðasmiðum og sølufólkum úr seks londum. 19. – 21. apríl var skipað fyri fam-túri við italskum ferðasmiðum saman við danska Arctic Adventure, sum selur Føroyar í Italia. 8 fólk vóru við á túrinum.


5. maj – 8. maj vitjan av bretskum ferða­ smiði, sum skal byrja at selja Føroyar og hevur brúk fyri meira kunning. 30. maj – 2. juni varð saman við Atlantic Airways skipað fyri fam-túri fyri sponsk­um og italskum ferðasmiðum. 3 fólk vóru úr Spania og 4 úr Italia. 10. – 13. juni vitjan av 2 norðmonnum, sum ætla at leiga flogfør til teirra kundar. Teir meta, at teir kunnu senda eini 1700 norðmenn til Føroyar uppá eitt ár. 2. – 5. august vitjan av sponskum ferða­ smiði, sum ynskir at senda fleiri spaniólar til Føroya. 18. – 22. august vitjan av japanskum ferðasmiðum í samstarvi við Atlantic Airways og Greengate. Endamálið er at selja Føroyar sum eyka-ferðamál, hjá fólkum, ið fara til Íslands. 8 fólk vóru við á ferðini. 26. august – 2. september vitjan av umboði fyri bretskan ferðasmið. Enda­málið við vitjanini var umframt sjálva kunningarferðina at skriva grein til heima­síðuna hjá ferðasmiðinum.

Samstarvið fevndi eisini um PR, har Føroyar fekk 3 redaktionellar síður í teirra blaði Travel Life.

alt tað, sum útlendsk ferðafólk hava tørv á at vita um Føroyar, umframt at hon skal vera sjónlig á leitimaskinum.

8. – 11. november vitjan av 6 fólkum frá íslendskum ferðasmiði, sum ætlar at økja um søluna av Føroyum í Íslandi.

Heimasíðan er á donskum, týskum og enskum og summarið 2013 varð sniðið dagført til nýggja brandið. Vanliga liggur talið av vitjanum á síðuni millum 2.000 og 4.000 hvørja viku. Tey vitjandi koma vanliga úr Danmark, Svøríki, Italia, Týsklandi, Stóra Bretlandi og USA. Tað sæst tó týðiliga, at tjóðskapur og tal av vitjandi skifta, alt eftir í hvønn mun Føroyar eru á breddanum uttanlands; nevnast kunnu fótbóltsdystir, serbløð og onnur marknaðarføringsátøk.

15. – 18. november vitjan av sponskum ferðasmiði í samstarvi við 62N, sum selur Ísland og ynskir at selja Føroyar eisini. VISITFAROEISLANDS.COM

2. – 4. september vitjan av donsku deildini hjá fyritøkuni VIA Egencia og fleiri av teirra kundum, sum eru fundar­fyrireikarar í stórum donskum fyritøkum. Í alt 10 fólk, m.a. frá Oticon, Rambøll, DSB og Nets. Hetta var liður í arbeið­inum hjá VFI við í størri mun eisini selja Føroyar sum ráðstevnuland.

Heimasíðan hjá VFI, visitfaroeislands.com, er ein týðandi partur av marknaðarføringini av Føroyum sum ferðamáli, og vendir hon sær beinleiðis til ferðafólk, eins og miðlar, ferða­smiðir og onnur, sum selja Føroyar. Yvirskipaða endamálið við síðuni er, at hon skal innihalda

Samlaða talið av vitjandi á visitfaroeislands. com í 2013 endaði á 148.000. Hetta svarar til ein vøkstur uppá 33% samanborið við árið fyri, tá 112.000 fólk vitjaðu heimasíðuna. Ársfrágreiðing 2013 / Visit Faroe Islands - 43


Marknaðarføringsvirksemi 2013

PINTEREST

FACEBOOK

SOSIALIR MIÐLAR

Facebook

Í 2013 varð av álvara farið undir at arbeiða meira málrættað við sosialum miðlum, eftir at VFI í mei mánað setti ein digitalan marknaðar­ førara. Síður vóru stovnaðar á fleiri av teimum størru miðlunum, so sum Facebook, Twitter, Instagram og Pinterest. Eisini verður eitt aktivt arbeiði gjørt við at fáa kunning um Føroyar út á bloggar og aðrar síður – helst við einum øðrvísi vinkli fyri at skapa áhuga. Hetta arbeiðið verður útbygt víðari í 2014.

Hóast fleiri og fleiri sosialir pallar vinna fram, og VFI arbeiðir við at gera vart við Føroyar á nøkrum av hesum, so er Facebook enn tann mest tíðandi pallurin.

44 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2013

Facebook síðan hjá VFI, sum varð stovnað í 2013 náddi við ársenda upp á 10.000 fylgj­arar. Nógv orka verður løgd í at laga boðskapin soleiðis, at hann røkkur longst møguligt út. Hetta er serliga umráðandi á Facebook, har reglurnar ofta broytast og har tað natúrliga “reach out”, sum einaferð var 100%, nú er farið heilt niður á 2%. Hetta

merkir, at bert 2% av teimum, sum tekna seg til at fylgja eini síðu á Facebook, nú síggja tað, sum verður lagt út. Hetta setur stór krøv til at skapa innihald, ið hevur virði fyri hyggjaran, soleiðis at flest møguligt “dáma” ella “deila” tilfarið, sum verður lagt út. Við tí ber til at fáa eitt nógv hægri “reach out” enn tey annars bert 2%. Hetta hevur eydnast væl og royndirnar her frá hjálpa eisini á øllum øðrum pallum. Pinterest Hesin pallur er serliga vælumtóktur hjá tí kvinnuliga málbólkinum og fleiri vitjandi á


BOREDPANDA.ORG - BLOGG

visitfaroeislands.com koma her frá. Nógv arbeiði liggur í at fáa myndir til vega og skriva góðan og kunnandi tekst til myndirnar, sum samlað sæð gevur brúkaranum meira virði. Twitter Ein annar umráðandi pallur er Twitter. Hetta er tó ein meira avbjóðandi pallur at arbeiða við, bæði vegna tær natúrligu avmarkingar, ið Twitter hevur, við bert 160 teknum, men eisini tí, at VFI her merkir tann størsta ágangin frá mótstøðufólkum móti grinda­ drápi.

TWITTER

Ein partur av tí tilfari, sum VFI leggur út á Twitter, kemur frá Facebook, sum so verður lagað til júst henda pall. Størsti parturin er tó tilfar, sum verður skræddarseymað til júst Twitter. Hóast VFI hevur megnað at fingið uml. 5.000 fylgjarar á Twitter í 2013, so er ikki so lætt at meta um virðið av teimum, av tí at fleiri av hesum eru grindamótmælarar. Bloggar Umframt omanfyri nevndu sosialu pallar arbeiðir VFI við at fáa bloggarar til at umhugsa Føroyar, tá tey skriva um eitt nú eksotisk ferðamál ella hava myndarøðir við

flottum náttúrumyndum. Hetta verður millum annað gjørt við, at VFI sendir teldupostar beinleiðis til fólkini handan bloggin, eins og myndir, greinar og leinkjur. Hetta hevur eydnast sera væl higartil. Tað mest konkreta dømi var, tá VFI gjørdi egnan blogg á væl­ umtókta boredpanda.org við m.a. eini grein bygda á greinina hjá National Geographic Traveller um “World´s 111 Best Islands Destinations”, har Føroyar fær góða umtalu, saman við mongum øðrum londum. Hesin bloggurin náddi uppá stutta tíð at blíva mest vitjaði Travel bloggur tann mánaðin á Bored­ panda.org, og hava nú næstan 100.000 lisið bloggin. Ársfrágreiðing 2013 / Visit Faroe Islands - 45


Marknaðarføringsvirksemi 2013

FALDARAR Sjálvt um fleiri og fleiri vitja heimasíðuna hjá VFI og aðrar heimasíður, sum kunna um og selja Føroyar, so eru tað mong, ið enn spyrja eftir faldarum. Ein partur av uppgávuni hjá VFI er tí at røkja henda eftirspurning, við at senda kunnandi tilfar um Føroyar út í heim. Gjøgnum alt árið fær VFI fyrispurningar um faldarar frá bæði privatpersónum eins og fyritøkum, sum selja Føroyar uttanlands. Fyritøkurnar nýta faldararnar til at senda til teirra kundar og til at hava við á messur, ið tær taka lut á. Faldarar verða eisini latnir føroyskum vinnuumboðum, skúlaflokkum, ungdómum og øðrum, sum fara út í heim og ynskja at hava kunning um Føroyar við. Touristguide og kort Hvørt ár ger Sansir nýggja touristguide, sum VFI hevur ábyrgd av at senda út. Til samans verða prentaðar 55.000 touristguides: 22.500 danskar, 17.500 enskar og 15.000 týskar, sum allar eru uppi, tá árið er av. Á hvørjum ári verða harafturat 25.000 kort av Føroyum prentað, og verða tey somuleiðis uppbrúkt eftir einum ári. Bæði kort og tourist­guide verða latin áhugaðum ókeypis. Imagefaldari Við nøkrum ára millumbili ger VFI ein sonevnd­ an imagefaldara. Hesin hevur eina longri livitíð enn touristguidin, tí hann er ikki so ítøkiligur. 46 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2013

Imagefaldarin verður sendur út saman við touristguide og kortum. Umleið 30.000 image­faldarar verða deildir út hvørt ár. ALTJÓÐA SAMSTARV

VisitDenmark í Týsklandi Samstarvið við VisitDenmark í Týsklandi er um at senda út tilfar um Føroyar, umframt at hava tilfar so sum faldarar, kort og tílíkt við á messur og tiltøk í Týsklandi.

VFI hevur knýtt samstarv við ymiskar aktørar úti í heimi, ið beinleiðis og óbeinleiðis hjálpa til við marknaðarføringini av Føroyum. Hetta tí at tað einsamalt er trupult hjá VFI at røkka og røkja stóru marknaðirnar.

VisitDenmark í Noregi Samstarvið við VisitDenmark í Noregi er um fjølmiðlavitjanir eins og felags innkeyp av lýsingarplássi, sum gevur Føroyum betri prísir enn um Føroyar keypa tað sjálvi.

Hesir eru: Travel PR VFI hevur avtalu við enskt PR-bureau. Samstarvið fevnir fyrst og fremst um at skapa áhuga hjá enskum miðlum fyri fjølmiðlavitjanum til Føroya. Harumframt verða tíðindi úr Føroyum javnan send út til miðlar í Bretlandi fyri eisini á tann hátt at skapa umrøðu um Føroyar. Ehrenberg Kommunikation Somuleiðis hevur VFI avtalu við týskt PR-bureau. Endamálið við samstarvinum er at skapa størri áhuga fyri fjølmiðlavitjanum úr Týsklandi. Samstarvið fevnir eisini um at fóðra týskar miðlar við tíðindum úr Føroyum. VisitDenmark í Italia Samstarvið við VisitDenmark í Italia er um fjølmiðlavitjanir, kunningarferðir fyri ferða­ smiðir, inngongd um Føroyar á italskum á heimasíðuni hjá VisitDenmark, luttøka á verkstovum o.s.fr.


รrsfrรกgreiรฐing 2013 / Visit Faroe Islands - 47


Onnur tiltøk

Onnur tiltøk FERÐIST Í EGNUM LANDI Visit Faroe Islands skipaði saman við kunningarstovunum kring landið fyri átaki, sum skal fáa føroyingar at ferðast meira í egnum landi. Hetta er eitt afturvendandi átak, sum hevur verið skipað á ymsan hátt síðstu árini. Í 2013 varð ein faldari gjørdur, sum lýsti ítøkilig dømi um ferðing og upplivingar í øllum Føroyum. Faldarin varð sendur til hvørt húski í Føroyum. Umframt faldaran vóru lýsingar í bløðunum fyri átakinum. Afturmeldingar frá kunningarstovunum eru, at átakið at fáa føroyingar at ferðast í egnum landi hevur verið væleydnað, og at talið av fyrispurningum frá føroyingum, sum leita eftir gistingarmøguleikum og upplivingum í egnum landi, er støðugt hækkandi. SKELTA FØROYAR VFI og ALS tóku í 2013 stig til verkætlanina Skelta Føroyar, eftir at tað í nógv ár hevur verið tosað um ta manglandi skeltingina í Føroyum. Landsverk veitti skeltatilfarið. Heitt var á Runavíkar Kommunu at vera við í fyrstu pilotverkætlanini. 48 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2013

Verkætlanin hevur gingið framúr væl og hevur verið ein “win-win” fyri allar partar. Tey arbeiðsleysu fingu ikki eyka løn fyri at vera við, men tóku lut á verkætlanarskeiði og fingu tilboð um praktikkpláss á kunningar­ stovunum runt landið. Skeltini verða sett upp í vár. Ynski er at halda fram við at skelta Føroyar. Fleiri kommunur eru áhugaðar í at gerast partur av verkætlanini, og eisini eru fleiri kommunur sjálvar farnar undir at skelta eftir hesa verkætlan. JOBMATCH VFI tók lut á Jobmatch, sum var í Østrøm í Tórshavn 30. desember. Jobmatch, sum er eitt frálíkt tiltak, er eitt gott høvi at skapa sambond við lesandi innan ferðavinnu, marknaðarføring og onnur atknýtt øki, og at finna útav, hvørjir førleikar eru innan økið. Eisini fær VFI møguleikan at geva kunning um bæði ítøkilig starvstilboð í Føroyum og um framtíðar arbeiðsmøguleikar hjá VFI og ferðavinnuni yvirhøvur. Tað var stórur áhugi at tosa við umboðini fyri VFI á Jobmatch - um 25 ungdómar nýttu høvið at seta seg niður og tosa við VFI á Jobmatch.

SAMSTARV VIÐ FERÐALEIÐARA­ FELAGIÐ Tað er týdningarmikið fyri upplivingina hjá ferðafólkum, at Føroyar hevur dugnaligar ferðaleiðarar, sum eru við til at gera upp­ livingina í Føroyum betri og meira áhuga­ verda. Tí valdi VFI at vera partur av tí norður­lendska tiltakinum sum Ferðaleiðarafelagið skipaði fyri í Føroyum í apríl 2013, har 44 ferðaleiðarar úr øllum Norðanlondum tóku lut. Kongressin vísti seg at eydnast sera væl. Guðrið Højgaard helt fyrilestur vegna VFI um ferðavinnuna í Føroyum. Hetta er eitt natúrligt framhald av tí samstarvi, sum hevur verið partarnar millum seinastu árini, m.a. ferða­ leiðaraskeiðið, har 24 nýggir ferðaleiðarar vóru útbúnir við Skeiðsdepilin á Handilsskúla­ num á sumri 2012.


SAMSTARV VIÐ VÁGA FLOGHAVN OG GALLUP Gallup ger vegna Vága Floghavn og VFI ferða­fólkakanningar á flogvøllinum. Øll ferða­fólk, sum ferðast um flogvøllin eitt ávíst tíðarskeið, verða biðin um at taka lut í kanningunum. Kanningarnar fevna um nakrar fáar spurningar, sum skulu geva eina grundvitan um ferðafólkini. Fýra slíkar kanningar vórðu gjørdar í 2013 og ætlanin er at halda fram við fýra árligum kanningum komandi árini, men fortreytin er at Vága Floghavn fær gongd í hagtalsinnsavningina í trygdarøkinum, har til ber at fáa eitt neyvari yvirlit yvir bústaðarlond hjá teimum vitjandi.

ONNUR SAMSTØRV Umframt vanliga marknaðarføringsarbeiðið innan ferðavinnu hevur Visit Faroe Islands í nøkrum førum samstarvað við aðrar partar um at gera vart við Føroyar í PR-høpi. · Symfoniorkestrið í samband við konsert í Hørpu í Reykjavík. · Sakaris Stórá í samband við framførslu av filminum Vetrarmorgun í Hollywood. · Livar Nysted í samband við, at ein bretskur filmsmaður fylgdi honum og felaga hansara við á teirra ferð yvir um Indiska havið. Sendingin skal seljast til stórar sjónvarpsrásir og kemur eisini at vísa myndir úr Føroyum.

· Bye bye bluebird í samband við, at nýggi filmurin Ludo skal sýnast á filmsfestivalum. · Posta, skrivaðu grein um Føroyar sum ferðamál til blaðið hjá Posta, sum verður sent út til frímerkjasavnarar um allan heim. Blaðið kemur út á enskum, týskum, fronskum, donskum og føroyskum og hevur eitt samlað upplag á 25.000.

Ársfrágreiðing 2013 / Visit Faroe Islands - 49


50 - Visit Faroe Islands / รrsfrรกgreiรฐing 2013


Tað eru vit sum starvast á Visit Faroe Islands

GUÐRIÐ HØJGAARD Stjóri

SÚSANNA SØRENSEN Marknaðarføring og fjølmiðlar

ANNLEYG LAMHAUGE Vinnuferðavinna

BÁRÐUR EKLUND Digital Marknaðarføring

Fartelefon: 55 61 35 guri@visitfaroeislands.com

Fartelefon: 55 61 38 susanna@visitfaroeislands.com

Fartelefon: 55 61 36 annleyg@visitfaroeislands.com

Fartelefon: 55 61 37 bardur@visitfaroeislands.com

Set teg endiliga í samband við okkum, um tú hevur eitthvørt uppá hjarta viðvíkjandi ferðavinnuni í Føroyum.

NEVNDIN HJÁ VISIT FAROE ISLANDS: Johannes Jensen, Hotel Føroyar, formaður Rúni V. Poulsen, Smyril Line Magni Arge, Atlantic Airways

Johanna Rasmussen, Ferðavinnufelagið Anne Sophie Nordendal, Kunningarstovan í Vágum Eyð Matras, Mentamálaráðið

Ársfrágreiðing 2013 / Visit Faroe Islands - 51


Visit Faroe Islands Í Gongini 9 Postsmoga 118 110 Tórshavn Tlf. +298 20 61 00 info@visitfaroeislands.com www.visitfaroeislands.com

Ársfrágreiðing 2013  

Visit Faroe Islands Ársfrágreiðing 2013 Annual Statement 2013 www.visitfaroeislands.com

Read more
Read more
Similar to
Popular now
Just for you