__MAIN_TEXT__
feature-image

Page 1

Nr. 20 · mars 2020

BOGI JACOBSEN ELDUR STEÐGAÐI IKKI VARÐANUM PELAGIC

JARÐIR

FERÐAVINNUTILBOÐ SKULU SKIPAST BETRI

HALDA S. HANSEN

MÓTGONGD STIMBRAR SKAPANAREVNINI

TÓRHALLUR THOMSEN

SKJÓTUR VØKSTUR HJÁ THOMSEN

BANKAR Á EINUM VEGAMÓTI

LEIKLUTURIN NÓGV BROYTTUR PRÍSUR 49,95

5

712189 000218


Í SÁTT OG SEMJU VIÐ NÁTTÚRUNA Í SÁTT OG SEMJU

VIÐ NÁTTÚRUNA

Vit leggja stóran dent á burðardygga veiðu. Umframt at virða stovnarnar, hava vit tí valt at føra alt av fiskinum við til lands – bæði høvd, ryggir, uggar, livur, rogn og innvølir, soleiðis at alt stóran hetta tilfeingi kann fáast veiðu. til høldar og hervið Vit leggja dent á burðardygga Umframt at virða havaFøroyar vit tí valt at føra av fiskinum við skapa eittstovnarnar, meirvirði fyri – nú og í alt framtíðini. til lands – bæði høvd, ryggir, uggar, livur, rogn og innvølir, soleiðis at alt hetta tilfeingi kann fáast til høldar og hervið skapa eitt meirvirði fyri Føroyar – nú og í framtíðini.

Vit ganga framhaldandi á odda við at menna burðardyggar og nýskapandi mannagongdir at ala heimsins besta laks. HiddenFjord laksur livir í einum av heimsins reinastu høvum. Vit leggja dent á at ala í harðbalnum økjum og at viðfara laksin skynsamt. Hetta er við til at geva HiddenFjord laksinum eyðkenda fríska og reina smakkin.

FRAMHERJI P/F Karvatoftir 4

FRAMHERJI P/F

www.HiddenFjord.com • P/F Luna, FO-510 Gøta, Faroe Islands • Tel +298 66 21 00 • luna@luna.fo

FO-530 Fuglafjørður Karvatoftir 4 Telefon +298 200 700

FO-530 Fuglafjørður


8. BANKAR Á EINUM VEGAMÓTI L E I K L U T U R I N N ÓG V B R O Y T T U R

 8.

HEILSUGÓÐUR

32. VARÐIN PELAGIC

E L D U R S T E ÐG A Ð I I K K I VA R ÐA N U M P E L AG I C

LAKSUR

38. 32.

HALDA

M ÓTG O N G D S T I M B R A R S K A PA N A R E V N I N I

44. TÓRHALLUR

S K J ÓT U R VØ K S T U R H JÁ T H O M S E N

38.

68. SANDSHAVIÐ

TA N N L Í T L I V I Ð E G N U M Á H U G A M Á L U M

18 TechCare letur eldrarøktini hátøkni

44.

26 Bilaummæli: Toyota RAV4 Hybrid og Toyota Camry Hybrid 52 Listasavn Føroya: Tað besta av tí besta av føroyskari list 60 Ungir bilaútleigarar hava viðgongd 74 Loca í Sverrisgøtu: Eitt eksotiskt ekkó úr Meksiko Bakkafrost útflytir tað, sum svarar til omanfyri 1.000.000 døgurðar av laksi um dagin – til allan heimin.

82 Jarðir: Ferðavinnutilboð skulu skipast betri

68.

Útgevari: ÍVF Ó-miðlar Ábyrgd: Hanus Samró hanus@vinnuliv.fo, 525200 Lýsingar: Adam Andreasen, lýsingarstjóri adam@vinnuliv.fo, 581736

Skrivað Øssur Winthereig Jákup Bogi Joensen Ingolf S. Olsen Sigfríður á Plógv Hansen

Myndir Klara Johannesen Súsanna Smith Johansen Guðrið Hentze Gilli Brend í Hoyvík

Sniðgeving:  Rói Winthereig, tel. 58 33 55 r@roiwinthereig.com Prent: Tryknet

Heilsugóði og vælsmakkandi laksurin frá Bakkafrost fæst eisini í flest øllum handlum í Føroyum.

Bakkafrost P/F , Bakkavegur 9, FO-625 Glyvrar, Tel 40 50 00, Fax 40 50 09, www.bakkafrost.fo

Tú finnur leskiligar uppskriftir við laksi her:


HVAT KUNNU VIT FYRI TEG? GÓÐI

LESARI

Góði lesari Føroyar eru í undantaksstøðu. Landsstýrið hevur í skrivandi stund kunngjørt fyrsta bjargingarpakkan. Hvussu nógvir koma afturat, ella um nakar kemur, veit eingin at siga. Støðan broytist dag um dag. Tíma fyri tíma.

HEIMASÍÐUR

DEKO SNIÐGEVING

SNIÐGEVING

BÚMERKI

BLAÐLÝSINGAR

SNIÐHANDBØKUR

Vit hava longu sæð, hvussu umfarssóttin hevur ávirkað okkara ferða-og mat­ stovuvinnu. Okkara tænastu-og handilsvinnu. Og tað, ið ger støðuna so óhugnaliga er, at frá tí blaðið er farið til prentingar og tú hevur tað í hondini, kann sóttin fáa avleiðingar fyri aðrar vinnur. Framtíðin er óviss. Útlitini døkk. Myndugleikin ger tað, hann kann, men í síðsta enda eru tað vit, ið gera av, hvussu leikur fer fram. Avgerðir skulu takast. Summar populerar. Aðrar ópopulerar. Tað skal tó vera mín vón, at avgerðirnar ikki gerast ov tyngjandi fyri vinnulívið. Tí tað kemur aftur ein dagur, har vanliga arbeiðs- og gerandislívið byrjar aftur. Tá er tað týdningarmikið, at vinnan er so mikið væl fyri, at hon megnar at ríða stormin av sær, meðan smittan leggur samfelagið lami. Steðgar vinnan upp. Steðgar samfelagið upp. Tað hevur ongantíð verið so umráðandi sum nú - beint nú - at myndugleikin ger alt tað, hann kann, soleiðis at vinnan sleppur so snikkaleys sum yvirhøvur tilber.

HANUS SAMRÓ

Ábyrgdarblaðstjóri

79 30 00

KREA.FO


BANKAR Á EINUM VEGAMÓTI

LEIKLUTURIN NÓGV BROYTTUR

JEAN DJURHUUS OG OLAV GUTTESEN ERU ÁVIKAVIST FORSTJÓRI OG STJÓRI Í BETRI BANKA. VINNULÍVIÐ HEVUR HITT TEIR TIL EITT PRÁT UM T E I R R A S A M S TA R V, B R O Y T TA L E I K L U T I N H J Á PENINGASTOVNUM, NEGATIVAR RENTUR, OG HVUSSU HETTA ÁVIRKAR FØROYSKA VINNULÍVIÐ. SKRIVAÐ: HANUS SAMRÓ

8

MYNDIR: SÚSANNA SMITH JOHANSEN

9


Jean: Hey, orsaka bíðitíðina, men vit eru júst lidnir við ein fund, sum dró út. Vinnulívið: Einki problem. Olav: Apropos hesa samrøðuna, so snúði fundurin seg um at seta negativar rentur í verk fyri privatkundar. Og tað bleiv samtykt. Olav og Jean eru álvarsamir, men sinniligir. Tað merkist, at teir eru júst komnir av einum týdningarmiklum fundi. Tað sæst eisini beinanvegin, at hetta eru tvær ymiskar týpur. Jean leypir ikki framav. Hann hevur arbeitt í fíggjargeiranum síðan 1991. Hann hevur verið kredittleiðari í táverandi Føroya Banka og í Betri Banka. Hann hevur verið stjóri í Trygd og í Betri Trygging. Nú hevur hann sitið sum forstjóri í Betri Banka í skjótt trý ár. Olav er framtakshugaður. Hetta er hansara fyrsta stjórastarv, men hann hevur verið vinnukundaleiðari í Betri Banka síðan 2011 og áðrenn tað m.a. í Nordea. Her er ferð á, og hann fer beinanvegin at tosa um nýggja leiklutin hjá peningastovnum. Tað er neyðugt at endurhugsa nøkur viðurskifti, m.a. rentur, tí peningastovnar hava ongantíð staðið í hesi støðu fyrr, at altjóða rentan er negativ, og at teir harvið missa pengar upp á innlánini hjá kundunum. Teir greiða frá, at hetta ger tað neyðugt at áseta negativa innlánsrentu hjá summum privatkundum, eins og bankar í londum kring okkum longu hava gjørt. – Tað kann ljóða løgið hjá kundum at hoyra um negativar rentur, men vit verða noydd at fylgja altjóða gongdini, har rentustøðið er søguliga lágt, tí annars missa vit pengar upp á okkara virksemi. Í veruleikanum hevði tað helst verið rættari at kallað tað eitt goymslugjald enn ein renta, sigur Olav men leggur afturat, at hinvegin hevur lága rentustøðið eisini fyrimunir fyri kundar, sum skulu læna pengar, tí

10

11


útlánsrentan er eisini metlág, og tí hava kundar ongantíð goldið minni í rentu fyri síni lán. Jean leggur aftrat, at tað inntil víðari bara eru fáir privatkundar, sum verða raktir av negativum rentum. Tað eru bara kundar við meira enn 750.000 kr innistandandi, sum skulu gjalda negativa rentu. Tað er minni enn 3% av samlaða kundaskaranum. Báðir stjórarnir eru sannførdir um, at tað finnast loysnir til tey, ið verða rakt av negativum rentum. – Vit hava dugnalig starvsfólk, sum kunnu vísa á aðrar møguleikar at plasera pengarnar. Eitt nú í partabrøv og lánsbrøv. Tað kann eisini vera skilagott at gera íløgur í ognir. Men hvør støða er ymisk, og ráðgevingin skal tillagast til tann einstaka, sigur Olav. Tað er ilt at siga, nær rentustøðið hækkar aftur. Tað er næstan ómøguligt at spáa um, siga teir. Stjórin í danska Tjóðbankanum, Lars Rohde, heldur ikki, at nøkur tekin eru um, at renturnar hækka næsta áratíggju.

TVEIR STJÓRAR – VANSI ELLA FYRIMUNUR?

Tað er skjótt at ímynda sær, at tveir stjórar kunnu gerast óklárir um eitthvørt. At vera stjóri í einum so týðandi peningastovni kann vera eitt buldrut starv við nógvum trýsti, avbjóðingum og fjølmiðlaumrøðu. Tá teir báðir verða spurdir um hetta, smílast teir og siga, at teirra samstarv hevur ikki havt nakrar samanbrestir – enn. – Okkara arbeiðsbýti er sera greitt, og vit hava starvast saman í seks ár, áðrenn vit settu okkum í hesar sessirnar. Olav hevur ábyrgd av dagliga rakstrinum, og hann er samstundis vinnukundaleiðari. Tað merkir, at hann tekur sær av nógvum ymiskum frá vinnukundafundum til starvsfólkasetanir. Allar rakstardeildirnar kring landið eru undir honum, og til stuttleikar nevnir hann, at hann júst nú skuldi taka støðu um nýggjar stólar til deildina í Klaksvík. Jean er forstjóri og hevur tí ábyrgd av tí yvirskipaða. Í høvuðsheitum snýr tað seg um samskifti við nevnd

12

13


og myndugleikar umframt størri avgerðir, sum skulu leggjast fyri nevnd. Hann hevur harumframt ábyrgd av kredittøkinum og fíggjarøkinum sum heild. – Tað er týdningarmikið at kenna hvønn annan og síggja, hvørjar førleikar hin hevur, sum ein sjálvur ikki hevur. Men tá alt kemur til alt, taka vit nógvar avgerðir í felag, sigur Jean.

KOMANDI ÚTLÁN TIL FØROYSKA VINNULÍVIÐ KUNNU VERÐA HÓTT

Tá vit tosa um fíggjarviðurskifti í Føroyum slepst ikki undan at nevna kreppuna í 90’unum. Jean var júst byrjaður í bankaheiminum tá og minnist aftur á, at eftirlitið við peningastovnum var øðrvísi. – Tá kom Fíggjareftirlitið á vitjan triðja hvørt ár. Í dag er samskifti við Fíggjar­ eftirlitið hvønn árs­

14

fjórð­ing, og vitjanir eru ofta árliga. Eftir­litið er nágreiniligt, og alt verður lýst út í æsir. Tað er ein fyrimunur, tí dialogurin millum okkum og eftirlitið er tættari nú. Í dag eru væl størri krøv til peninga­stovn­ arnar enn tá. Sum dømi kann nevnast, at solvens­kravið til Betri Banka er hækkað úr 8% og heilt upp í 32-35%. Hægri solvensur gevur ein tryggari fíggjargeira, men stjórarnir ivast í, um krøvini nú eru vorðin óneyðuga strong, tí kravið um at seta so stóran kapital til síðis at standa ímóti við, merkir samstundis, at hesir pengar ikki sleppa út at arbeiða í føroyska samfelagnum. – Krøvini til føroysku bankarnar eru rokn­ aðir út frá donskum viðurskiftum, men har er stórur munur. Harafturat eru krøv sett til eyka kapitalbuffarar til føroysku bankarnar. Vit eru nógv færri fólk. Tað er neyðugt at taka hædd fyri hesum, tá krøv verða sett til okkara inntøkur. Vit hava snøgt sagt ikki møguleika at tjena líka nógv, sigur Jean og leggur aftrat, at føroyska landsstýrið má viðurkenna, at krøvini til føroyskar peningastovnar mugu vera øðrvísi og fráboða hetta til danskar myndugleikar, sum føroyskir peningastovnar eru partar av. – Hendir hetta ikki, so fer tað at ganga út yvir okkara møguleika at læna pengar út, serliga til føroyska vinnulívið, sigur Jean. Ein onnur broyting er kravið frá myndug­ leikunum um, at bankar skulu hava eftirlit við, um kundar hvítta pengar. Í dag arbeiða fleiri starvsfólk í Betri Banka burturav við at fyribyrgja hvítting og fráboða løgregluni um illgrunaverdar flytingar. Løgreglan fekk í fjør 41.000 slíkar fráboðanir frá bankunum í danska kongaríkinum. – Vit tillaga okkum sjálvandi eftir reglum og lógum, sum eru álagdar okkum frá myndug­ leik­unum, men hetta arbeiðið kostar okkum nógvan pening, og hetta er ein útreiðsla, vit ikki høvdu fyrr. Tað fylgir eingin játtan við frá fíggjarlógini til øktu eftirlitskrøvini, og tað merkir, at kundar, sum skikka sær ordiligt, gjalda fyri hetta arbeiðið, sigur Olav. Teir eru báðir sannførdir um, at peninga­ stovnar standa á einum vegamóti. Avbjóðingar eru við inntøkugrundarlagnum, serliga tá rent­ an er so lág, og krøvini frá myndugleikum vaksa og vaksa. Peningastovnar mugu seta fleiri pengar til síðis, sum í síðsta enda kann føra til, at færri pengar kunnu lænast út. Teir endur­taka, at um føroyskir myndugleikar ikki rópa varskó og krøvini lækka, so rakar hetta ser­liga útlán til føroyska vinnulívið.

15


Elding BusinEss

ELDING BusINEss ELDING BusINEss – heildarveitari til vinnuna – heildarveitari til vinnuna KaffimasKinur til øllmasKinur endamál Kaffi til øll endamál

vit útleiga Útgerð

telt benkur stillads sjengenhegn ljósketur hitalampur hoppiborgir

Matútgerð

Vit veita... Vaskimaskinur Vit veita... Turkitrumlur Uppvaskimaskinur Vaskimaskinur Komfýrar Turkitrumlur Ovnar Uppvaskimaskinur

Mikroovnar Eplaskrellarar Køli& frystiskáp Mikroovnar Páleggsmaskinur Eplaskrellarar Kaffimaskinur Køli- & frystiskáp

Kølidiskar Stálborð Ísmaskinur Kølidiskar Vakumpakkimaskinur Stálborð Rørimaskinur Ísmaskinur

Komfýrar Ovnar Nýggja gallu ella nýtt vaskarí? Vit gera projekteringar eftir Nýggja gallu ella nýtt nærri avtalu vaskarí? Vit gera projekteringar eftir nærri avtalu

Páleggsmaskinur Kaffimaskinur

Vakumpakkimaskinur Rørimaskinur

poppkorn-maskinur kaffimaskinur slush ice-maskinur toastarar candyfloss-maskinur vaflujørn

og mangt annað

tel 21 45 00 • tatanka@tatanka.fo • facebook.com/Tatanka.Fo

til sKip & bátar, offshore, marine v.m. til sKip & bátar, offshore, marine v.m. ELDING Business Hoyvíksvegur 65 FO-100 Tórshavn

Tel. 529000 vinnuveitan@elding.fo www.elding.fo


Í V E R K S E TA N

– Tað er avgjørt ein fyrimunur, at vit eru eitt so lítið samfelag. Alt er smidligari og lættari, eisini marknaðarføringin innanlands, sigur Brian Bischoff.

TECHCARE LETUR ELDRARØKTINI HÁTØKNI Fyritøkan TechCare, ið mennir tøkni til røktarøkið, hevur sum fremsta mál at geva fólki eitt virðiligt lív heima og síðani lætta um arbeiðið á røktarheimum. Tøkniligu frambrotini slóða eisini fyri bíligari eldrarøkt, tí tað verður óneyðugt við so nógvum røktarheimsplássum. Samstundis gerst røktin gróðrarbotnur fyri lønandi tøkniligari menning. TechCare hevur júst keypt eina danska fyritøku og flutt hennara virksemi til Føroya

SKRIVAÐ: INGOLF S. OLSEN MYNDIR: KLARA JOHANNESEN

18

19


Tó at tað kann tykjast møtimikið hjá nógvum, so ber tað til at menna nýtt virksemi við góðum vakstrarpotensjali í Føroyum, sum onki hevur við fisk at gera. Tað hevur fyritøkan TechCare prógvað. Fyritøkan mennir tøkniligar hjálparskipanir av ymiskum slag til røktarøkið. Men tað var ikki so lætt í fyrstani at finna áhugaðar íleggjarar, ásannar Brian Bischoff, stjóri. – Vit hava bara leitað eftir kapitali í Føroyum, og her her er eisini nógvur kapitalur. Men helst er tað so, at íleggjarar eru skjótari at leggja pening í vinnur, sum teir kenna, og her var samanrenningin av eldrarøkt og kt eitt ókent vinnuøki, sigur hann.

SØLAN ER BYRJAÐ

Men tað hevur gingið kortini, og stovnararnir av TechCare hava eisini sjálvir gjørt lutfalsliga stórar íløgur í fyritøkuna. Nú er komið so langt, at verulig søla er byrjað, og helst skulu pengarnir byrja at renna hin vegin – inn í kassan og ikki bara út. – Men fyrsta takið er at fáa svørt tøl á botnlinjuna. Síðani skal fíggingin tjenast innaftur, so tað gongur helst rúm tíð, áðrenn tað gevur avlop, sigur Brian Bischoff. Hugskotið til TechCare spratt eftir eina hugskotskapping í Skálavík fyri nøkrum árum síðani, har vinnandi hugskotið snúið seg um at brúka tøkni í eldrarøktini – at gera eina skipan, sum onkursvegna fylgdi við í støðuni í heiminum hjá teimum eldru.

STOVNAÐU TECHCARE

Regin Dalsgaard, sum er ein av undan­gongu­ monnunum, tá tað snýr seg um íverksetan í Føroyum, var eitt av fólkunum aftanfyri hugskotið, og eftir at tey høvdu arbeitt eitt sindur víðari við hugskotinum, vendi hann sær til Brian Bischoff og spurdi, um hann vildi vera við at gera eina prototypu. – Eg búði niðri, men helt tað vera øgilgia áhugavert, so eg kontaktaði beiggja mín, René, sum eisini er kt-mennari, um hann hevði hug

20

at verða við. Tí um vit báðir kundu gera eina prototypu, so hugsaði eg, at hetta kundi gerast við síðuna av okkara størvum. So vit fóru bara í gongd, greiðir Brian Bischoff frá. Felagið var so stovnað í 2015, og farið var í gongd við at arbeiða við prototypuni. Men tað var skjótt, at Brian Bischoff sá, at talan ikki var um løtuarbeiði, og hann fekk eisini hug at arbeiða fulla tíð við hugskotinum. So í mars 2018 flutti hann heim til Føroya og fór at arbeiða í TechCare burturav.

Hann hevði tá fyrst arbeitt í nógv ár í føroysku kt-vinnuni og síðani havt fleiri leiðandi kt-størv í bæði størri og smærri donskum og norðurlendskum fyritøkum, til dømis Nordea.

PROTOTYPA

Fyrst var arbeitt saman við Tórshavnar Kommunu og eldrarøktini har um at gera eitt sonevnt proof of concept – at finna út av, um tað yvirhøvur bar til at fremja hugskotið í praksis.

21


– Sjálvandi er tøknin ikki ókeypis, men hon kostar bara ein brotpart av tí, sum eitt røktarheimspláss kostar í bygging og rakstri, sigur Brian Bischoff. Hann sær eisini fyri sær, at telemedisin og telerehabilitering fara at taka seg skjótt fram í framtíðini, og hetta eru eisini øki, sum TechCare arbeiðir við at menna tøkni og undirstøðukervi til.

YMISKAR LOYSNIR – Tórshavnar Kommuna stuðlaði arbeiðnum við 100.000 krónum, og vit eigarar komu við øðrum 100.000 krónum. Vit fóru so í gongd við at menna nøkur tól, og høvdu eina framløgu fyri teimum í kommununi. – Síðani settu vit eigarar okkum saman, og niðurstøðan var, at vit skuldu fara víðari við hesum. Og tá var tað, at stríðið at útvega fígging av álvara bleiv aktuelt, sigur Brian Bischoff. Gongdin frá hugskoti til fyrstu søluvørurnar hjá TechCare bleiv tó eitt sindur øðrvísið, enn tey ímyndaðu sær. Tí upprunaliga hugsaðu tey mest um at menna tól og skipanir at brúka í heiminum hjá eldri ella førleikaskerdum fólki.

RØKTARHEIM ÁHUGAÐ

Ítøkiliga skuldi tað vera eitt tól, sum brúkarin hevði uppi á sær og sum skuldi kunna loysa tríggjar høvuðsuppgávur: At skráseta, um brúkarin datt, at finna viðkomandi, og at samskifta við viðkomandi. Hesi trý krøvini hevur TechCare eisini hildið fast um, men málbólkurin er síðani víðkaður til eisini at umfata røktarheim. – Tað er blivið soleiðis, tí vit hava havt nøkur sera góð samstørv við eldrarøktir, serliga Norðoya Bú- og Heimatænastu, har okkara loysnir eru royndarkoyrdar. Tí hava vit stafest ein tørv har. Okkara fyrsti veruligi kundi er Roðin í Runavík, sum hevur keypt eina skipan til fimm stovur, greiðir Brian Bischoff frá.

NÓGV AT SPARA

Men tað merkir ikki, at upprunahugsanin um umsorganartøkni heima hjá fólki er vorðin minni aktuell. Tí á TechCare vænta tey, at tað júst er innan heimarøktina, at eftirspurningurin eftir tøkniligum hjálparamboðum- og skipanum fer at økjast. – Hyggja vit fram eftir, so er tað har, at samfelagið kann spara heilt nógvan pening, samstundis sum at brúkararnir fáa betri trivnað burtur úr. Tí tey flestu vilja helst búgva heima, men tað týdningarmesta er, at tey kunnu kenna seg trygg – og ikki minst teirra avvarðandi. Tað er tann tørvurin, sum er veruliga orsøkin til, at tað hevur verið neyðugt at byggja ellis- og røktarheim. Men við tøkniligu menningini ber tað í dag væl til at tryggja, at bæði tey røktarkrevjandi og teirra avvarðandi kunnu kenna seg eins trygg heima hjá sær sjálvum sum á einum heimi.

– Sjálvandi er tøknin ikki ókeypis, men hon kostar bara ein brotpart av tí, sum eitt røktarheimspláss kostar í bygging og rakstri, sigur Brian Bischoff, stjóri í TechCare. 22

Fyri TechCare hevur tað týdning at kunna bjóða loysnir, sum eru skræddaraseymaðar til tørvin hjá brúkarunum. Tí hava tey í royndarfasuni havt eitt fólk sum millummann at greina tørvin og arbeiðsmannagongdirnar. – Vit kundu sjálvandi lagt okkum eftir at framleitt eina pakkaloysn og roynt at selt hana. Men tað er ikki rætti mátin. Vit skulu ikki bara koma við okkara loysn, men við teirra loysn – loysnini, sum brúkarin hevur tørv á. – Tað er sera umráðandi, og tað kann vera sera ymiskt, hvør tørvurin er. Eitt røktarheim hevur kanska bara brúk fyri útgerð, sum kann skráseta rørslu á ávísum stovum um náttina. Okkurt annað hevur tørv á at halda eyga við ávísum hurðum og so framvegis. Og so er tað, hvør skal hava boðini, tá okkurt verður skrásett, til dømis ein hurðasensorur, sum gevur fráboðan, ella at eitt búfólk er farið upp á miðari nátt. Alt hetta er individuelt, sigur Brian Bischoff. Júst tí skipanirnar skulu nøkta ymiskar tørvir, ger TechCare nógv burtur úr uppsetingini og implementeringini, soleiðis at øll, sum onkursvegna eru partur av einari skipan – brúkari, ávís starvsfólk og avvarðandi – verða sett væl inn í, hvussu alt virkar.

SERKØN Í NEVNDINI

TechCare er ein serlig fyritøka upp á so nógvar mátar. Millum annað eru eigaraskarin og nevndin serlig við tað, at fleiri teirra hava seráhugamál, sum ikki bara snúgva seg um at vinna pening burtur úr tøkniligu loysnunum. Eitt nú er Pál Weihe, yvirlækni, nevndarformaður. Umframt at vera ein av okkara fremstu granskarum á heilsu- og viðgerðarøkinum, veit hann eisini á egnum kroppi, hvat tað merkir, at vera avvarðandi til røktarkrevjandi fólk, tí kona hansara er minnisveik. – Tað er gull vert at hava sovorðin fólk við í fyritøkuni, tí tey vita akkurát, hvør tørvur á hjálpartólum er, og hvørjar støður kunnu íkoma, sigur Brian Bischoff.

SLEPTU HARDWARE

Tá lunnar vórðu lagdir undir TechCare, lá tað í kortunum, at fyritøkan bæði skuldi menna og sjálv framleiða hjálpartól. Talan var í fyrsta lagi um eina

elektroniska eind, sum brúkarin skuldi hava uppi á sær, og sum skuldi lúka tey trý høvuðskrøvini: skráseta fall, staðfesta við gps, hvar brúkarin er staddur, og talusamskifti. – Vit funnu tó út av, at vit ikki vóru nóg stórir ella høvdu neyðugu orkuna at hugsa um framleiðslu av hardware. Tí løgdu vit okkum meira eftir at gera eitt effektivt undirstøðukervi, sum longu uppfunnin hardware kundi brúka. Tað kundi vera ymisk tól, sum vóru ment til ymisk endamál, sum so bara kundu keypast, og okkara avbjóðing var so at fáa øll hesi at virka saman á einum og sama undirstøðukervi, greiðir Brian Bischoff frá. Men í sambandi við arbeiðið at menna elektronisku eindina, sum brúkarin kann hava uppi á sær, hevði TechCare verið í sambandi við donsku fyritøkuna Sarita. Fyritøkan hevði arbeitt við hesum í seks ár, og hevði ment eina borna eind, ið tey nevndu Sarita Pearl. Sarita Pearl hevðí júst teir eginleikarnar, sum TechCare leitaði eftir.

23


Hugskotið er títt Hugskotið er títt

KEYPT DANSKA FYRITØKU

– vit hava karmarnar

Men ólukkutíð fór danska fyritøkan á heysin í fjør. – Tað kom óvart á, tí tá høvdu vit gjørt av, at vit skuldu leggja okkum eftir at brúka Sarita Pearl. So sjálvt um vit annars høvdu slept tankunum um sjálvir at framleiða hardware, so gjørdu vit kortini av at keypa donsku fyritøkuna – ella rættari, vit hava keypt øll aktivini, framleiðslutólini, sigur Brian Bischoff. TechCare hevur nú funnið høli við Gøtugjógv, har framleiðslan av Sarita Pearl-eindini verður, og tvey fólk, sum starvaðust í fyritøkuni í Danmark hava verið í Føroyum at leggja lag á. Møguliga verða hesi sett í starv hjá TechCare. Á TechCare eru, sum er, sjey fólk í føstum starvi, umframt fleiri leyst atknýtt fólk. Men fleiri skulu til, nú fyritøkan hevur keypt Sarita og fer undir framleiðslu. – Hetta er so nýtt enn, so vit vita ikki akkurát, hvussu vit gera. Men tað snýr seg í fyrsta lagi um at samla hesar eindirnar, og har havi eg hugsað, at vit kundu bjóðað lesandi at arbeiða við hesum. Vit hava eisini brúkt lesandi í okkara menningararbeiði, sigur stjórin.

– vit hava karmarnar

HÚSAST Í HUGSKOTINUM

Í øllum førum væntar hann, at tað verður neyðugt hjá TechCare at seta føtur undir egið borð, tí fyritøkan húsast í leigaðum hølum hjá íverksetarahúsinum Hugskotinum í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju í Havn. – Hugsanin við Hugskotinum er jú, at fyritøkurnar skulu koma inn, koma í gongd og so útaftur. Vit hava eitt gott samstarv við Hugskotið og restina av húsinum. Til dømis hava vit havt kt-lesandi av Setrinum í lestrarstarvi, og vit fáa nógva góða sparring saman við øðrum íverksetarum. Vit hava eisini nokkso nógvar mennarar, sum kunnu hjálpa øðrum í Hugskotinum. – Men so hvørt sum okkara virksemi veksur, gerst tørvurin á betri plássi størri, og nú hava vit so eisini keypt Sarita. So tað verður skjótt hóskandi, at vit fara at finna okkum ein varandi bústað, sigur Brian Bischoff.

24

Á VEG ÚT Í HEIM

TechCare má eisini sigast at hava flutt seg rættiliga langt upp um íverksetarastøðið sum fyritøka. Sølan er sum nevnt byrjað, og ítøkiligar ætlanir eru um at víðka marknaðin til útheimin eisini. Í fyrsta lagi verður hugsað um hini Norðurlondini, sum hava røktarskipanir, ið minna um okkara. Loysnirnar hjá TechCare eru skrúvaðar saman at klára tær serligu avbjóðingarnar í eldrarøktini, sum føroyska fólkasamansetingin og búsetingarmynstrið hava við sær. – Tú kanst siga, at klára vit at gera loysnir til føroysku eldrarøktina, so klára vit eisini at gera loysnir alla aðrastaðni, sigur Brian Bischoff. Eisini er TechCare við í ES-granskingarverkætlanum, og tí eru vónirnr góðar um, at fyritøkan eisini tann vegin fær víst, hvat hon dugir. At tað hevur borið til at koma so langt so skjótt er ikki minst støddini á føroyska samfelagnum fyri at takka, sigur Brian Bischoff. – Tað er avgjørt ein fyrimunur, at vit eru eitt so lítið samfelag. Alt er smidligari og lættari, eisini marknaðarføringin innanlands. Tá vit til dømis gjørdu royndir saman við Norðoya Bú- og Heimatænastu, so tosaðu tey jú við starvsfelagar aðrastaðni. Soleiðis haldi eg, at Roðin hoyrdi um okkum. Í størri samfeløgum, til dømis í Danmark, er neyðugt at brúka nógv meira orku upp á tann partin. Tað høvdu fyrrverandi eigararnir av Sarita til dømis ikki gjørt, tí høvdu tey eitt produkt, sum í veruleikanum er sera gott, men ongar kundar, sigur hann.


BILAUMMÆLI SKRIVAÐ: SIGFRÍÐUR

Á PLÓGV HANSEN  MYND: GILLI BREND Í HOYVÍK

Toyota Camry Hybrid og Toyota RAV4 Hybrid Reyni Service Hesaferð hava vit vitjað Reyni Service í Havn, ið umboðar japanska bilmerkið Toyota. Sølumaðurin Kristian Gustafson tók væl ímóti okkum. Veðrið var spennandi hendan dagin – tað var ein av teimum døgunum, har allar árstíðir sóust – sól, vindur, kavi og enntá hegling. Tað kundi sostatt ikki verið ein betri dagur at roynt hesar bilarnar. Eisini er tað ljóst longri út á dagin nú, og sum føroyingar flest helst eru samdir um, fær ein meira orku, nú summarið nærkast, og hetta er eisini tíðin, har fólk byrja at keypa bilar.

Toyota RAV4 Hybrid

26

Toyota Camry Hybrid

27


TOYOTA RAV4 HYBRID Toyota RAV4 er seinasta árið komið við einari nýggjari útgávu, sum ikki minnir nógv um ta gomlu. Um fólkum dámar broytingarnar, má tíðin vísa, mær dámar tær í øllum førum væl. Hann er blivin ráaari og hevur fingið eitt meira „sporty look”. Nýggja modellið hevur fingið eitt próvtal upp á 7,8 út av 10, tað er ikki líka gott sum Camry, men hetta er eisini í einum øðrum bólki. Modellið, vit koyrdu í, eitur H3 og er tað næstflottasta modellið, Reyni Service selir. Hann hevur 2.5, 218 hestar, og hetta er máttmiklasta modellið av RAV4, sum er komið út, síðan RAV4 gavst við at selja V6 motorarnar. Eg minnist, at fleiri føroyingar vóru keddir um, at teir góvust at selja hesar motorarnar, tí teir vóru serliga væl umtóktir her. Umframt alt hetta hevði hann nakrar eyka pakkar, so sum panorama-tak, AWD og style-pakkan, sum fevnir um: 18”alu felgur, bakkisensorar, hita í róðrinum, tráðleysan løðara til snildfon og mangt annað. Ein annar fyrimunur i hesum bilinum er, at nógv eyka útgerð er við sum standard, so sum cruise control, linjuhjálpari, so tú heldur teg á tínari linju, blindvinkulhjálpari o.a. Hetta er útgerð, sum ofta kostar eyka í líknandi bilum. Í øllum hybridbilum er bensinnýtslan allarhelst nakað av tí týdningarmesta, og her klárar hann seg sera væl: Hetta er ein stórur bilur, og kortini koyrir hann 17 km. pr litur. Nevnast kann, at tann gamli RAV4 koyrdi 11 km. pr litur, so her er ein øgiligur munur. Seinastu árini hevur Toyota nokk skarað framúr á Hybrid SUV-marknaðinum, men nú koma fleiri modell út, Honda og Ford komu við hvørjum sínum boði, og verður spennandi at vita, hvussu tað verður móttikið. RAV4 er tó púra vist tann lekkrasti Hybrid SUV-bilurin, ið vit hava roynt. Samanumtikið er Toyota Rav4 Hybrid ein dreymabilur, sum hevur alt tað, ein kann ynskja sær í einum bili í hesum bólkinum. Hann kann avgjørt viðmælast.

28

29


TOYOTA CAMRY HYBRID

Toyota Camry Hybrid verður av mongum mettur sum nummar eitt í sínum flokki – í bólkinum „Hybrid and Electric Cars“ fær hann próvtalið 8,7 út av 10, og har er hann púra greitt nummar 1. Útgávan, ið vit royndarkoyrdu, eitur H4, og er hann tann flottasti av teimum. Bilurin hevur 2.5, 218 hestar, so hann hevur nokk av megi, men kortini er hann sera økonomiskur og koyrir 21 km. pr litur. Eisini beit eg merki í, at ferðøkingin var góð, og skiftið millum el og bensin var mjúkt. Eg havi roynt onkrar aðrar hybridbilar, og mær hevur als ikki dámt skiftið, men eg varnaðist onki við Camry. H4-modellið hevur nógva eyka útgerð so sum 18“ alufelgur, stýriskipan, bakkisensor, bakkikamera, LED-framljós, tráðleysan snildfon-løðara og mangt annað. Tað er eisini vanligt í hybridbilum, at teir missa eitt sindur av plássi í bagasjurúminum, tí tað skal vera pláss fyri battaríinum, men ikki í hesum førinum. Tað er eisini sera gott pláss aftanfyri hjá vaksnum at sita, so ein sera rúmligur bilur. Trygdin í bilinum er sera góð, her fekk hann 10 út av 10, so hesin bilurin er ein greiður vinnari í sínum bólki, tá ið tað kemur til trygd. Teir bestu bilarnir í hesum bólkinum eru Toyota Camry Hybrid, Toyota Prius Hybrid og Honda Accord Hybrid, og mín meting er, at hesin bilurin er tann besti av teimum. Prius er meira økonomiskur, men hann gevur ikki ta somu marglætiskensluna sum Camry, so um eg skuldi koyrt nógv úr Havnini og út á bygd, hevði eg heilt vist heldur keypt ein Camry, tí hann er so behagiligur at koyra í. Um tú vilt hava ein eitt sindur bíligari bil, so er Prius eisini eitt gott boð.

Samanumtikið er Toyota Camry Hybrid ein ótrúliga lekkur bilur, sum hevur alt, ið ein kann ynskja sær og meira afturat. Vit vilja avgjørt viðmæla bilin.

30

31


ELDUR STEÐGAÐI IKKI VARÐANUM PELAGIC Bara eitt gott ár eftir, at Varðin Pelagic á Tvøroyri brann í grund, var virkið bygt uppaftur og framleiddi við fullari megi. Virkið er sera framkomið og ført fyri at góðska fiskin upp á allar møguligar mátar. Men sambært Boga Jacobsen, stjóra, er tað ikki altíð ein virðisøking at skera fiskin. SKRIVAÐ: INGOLF S. OLSEN MYNDIR: SÚSANNA SMITH JOHANSEN OG KJARTAN JOHANNESEN

9. juni 2017 hevur bókstaviliga brent seg í minnið hjá Boga Jacobsen, stjóra á Varðanum Pelagic á Tvøroyri. Henda dagin kom eldur í framkomna uppsjóvarvirkið, sum bara var fimm ára gamalt tá. Sjálvt virkið kolaðist upp í ógvusliga eldinum. Talan var um eina dramatiska støðu á Tvøroyri. Roykurin var nógvur, og vandi var fyri ógvusligum spreinginum. So fólk, ið búðu nærri enn 1.000 metrar frá virkinum máttu fara frá húsum.

KLIPTI SÆR

Sjálvur var Bogi Jacobsen, sum býr í Sandavági, ikki á virkinum, tá eldur kom í. Hann var á hárfríðkanarstovu í Miðvági og klipti sær.

32

– Eg sat við hesum kappanum uttan á mær og merkti, at telefonin fór at ringja, og sms’arnir komu inn. Men eg hugsaði als ikki um, at tað kundi hava nakað upp á seg, so eg hugdi Ikki at telefonini, fyrr enn eg var liðugur at klippa mær. Eg sá í sms’unum, at eldur var í har suðuri, men helt ikki, at tað mundi vera so álvarsligt. Eg helt, at tey mundu hava tamarhald á støðuni, greiðir Bogi Jacobsen frá. Varðin Pelagic hevur eisini skrivstovu í Sandavági, har Bogi Jacobsen sjálvur, Petur Elias Nielsen, stjórnarskrivari, og táverandi fíggjarleiðarin Dánjal Thomsen vanliga sótu. – Tá eg kom á skrivstovuna høvdu portalarnir longu myndir

av Varðanum Pelagic, og vit sóu, at har var ógvuliga nógvur roykur. Tað var meira, enn eg væntaði, men sum tað helst er vanligt at gera, so royndi eg kortini at ímynda mær, at tað ikki var so álvarsamt, at eldurin var avmarkaður til tað staðið, haðani roykurin kom. Men vit ringdu kortini beinanvegin til Atlantsflog og leigaðu tyrluna saman við politistum og serfrøðingum, og so fóru vit allir tríggir suður, sigur Bogi Jacobsen.

FÓLKIÐ FYRST

Komin á staðið hvurvu tó skjótt allar vónir um, at talan bara var um avmarkaðan eld, og tá var tað ikki longur sjálvt virkið, sum stóð stjóranum fremst í huga. – Eg hevði sjálvandi sum tað fyrsta spurt eftir fólkinum, tá eg ringdi suður, eftir at vera komin út frá frisørinum. Og um tað ber til at siga nakað gott um ein eld, so var tað góða við hesum, at tað gekk fyrimyndarliga væl við tilbúgvingarpartinum. Vit høvdu havt nógvar

venjingar og høvdu í tí sambandinum havt nógv fokus á eld og evakuering. Vit høvdu eina skipan, sum tryggjaði, at vit altíð vistu, hvør var inni á virkinum, og mannagongdirnar vóru greiðar um, hvør skuldi gera hvat, um okkurt var áfatt. – Og tíbetur, alt hevði gingið, sum tað skuldi. Tað vóru bara gingnir nakrir fáir min­ uttir frá tí, at eldurin var fráboðaður, til tey kundu ringja aftur til alarmsentralin og siga, at øll fólkini vóru komin út, sigur Bogi Jacobsen. Síðani ráddi um at ansa eftir, at ongin kom til skaða undir sløkkingararbeiðnum, so tað var ikki, fyrr enn alt var væl og virðiliga sløkt, at stjórin av álvara fór at gera sær far um materiella skaðan, og hvat nú skuldi henda. – Alt annað enn fólkið kemur í aðru røð, tá slíkt hendir, leggur Bogi Jacobsen dent á.

Í GONGD SUM SKJÓTAST

Tá ringasti roykurin hevði lagt seg, bar til hjá Boga Jacobsen og hinum eigarunum av

33


EG HEVÐI SJÁLVANDI SUM TAÐ FYRSTA SPURT EFTIR FÓLKINUM, TÁ EG RINGDI SUÐUR, EFTIR AT VERA KOMIN ÚT FRÁ FRISØRINUM.

virkinum at fáa yvirlit yvir skaðan. Og tó at skaðin var at kalla fullkomin, so rakti kenslan av máttloysi ongantíð, sigur hann. – Alt uttan frystigoymslan og skrivstovu­ bygningurin var kolað upp, so tað var nú ikki so hugaligt. Men vit hugsaðu ikki tankan, at nú skuldu vit bara kasta frá okkum á Tvøroyri. Tvørturímóti hugsaði eg saman við nógvum góðum eigarum og starvsfelagum um, hvussu vit skjótast gjørligt kundu byggja alt uppaftur, sigur Bogi Jacobsen. Virkið var tíbetur væl tryggjað, eisini ímóti rakstrartapi. – Har vóru vit heppin, tí upprunaliga vóru vit ikki so væl tryggjað. Men eftir at hava ráðført okkum við tryggingarserfrøðingar, tryggjaðu við okkum betri, millum annað við at tekna trygging ímóti rakstrartapi, greiðir stjórin frá.

GOYMSLAN HELT

Tað vísti seg eisini, at virðini í frystigoymsluni vóru óskalað. Har stóðu nøkur túsund tons av frystum fiski. – Tað var eydnast at steðga eldinum við frysti­goymsluna, men vit væntaðu ikki, at stand­urin har inni var serliga góður, tí beint hinu­megin veggin hevði hitin verið 1.500 grad­ ir, eftir at eldurin hevði leikað í har í seks tímar. Og fiskurin í frystigoymsluni stóð beint upp at hesum vegginum. Men tá roykkavarar dagin eftir fóru inn og komu út aftur við einari eskju av makreli, var kuldin í henni enn minus 22 gradir, sigur Bogi Jacobsen. Tí var borið skjótt av, farmaskip blivu ordrað, so alt kundi avskipast og fáast av land­

34

– Um tað ber til at siga nakað gott um ein eld, so var tað góða við hesum, at tað gekk fyrimyndarliga væl við tilbúgvingarpartinum. Tað vóru bara gingnir nakrir fáir minuttir frá tí, at eldurin var fráboðaður, til tey kundu ringja aftur til alarmsentralin og siga, at øll fólkini vóru komin út, sigur Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum Pelagic á Tvøroyri.

in­um beinanvegin. Tí streymurin til frysti­ goymsl­una var slitin. Eftir forskriftunum skuldi brunaveggurin upp ímóti frystigoymsluni halda í minsta lagi í tveir tímar, men hann hevði altso hildið í seks tímar uttan trupulleikar. Veggurin var gjørdur av rockwool-elementum. – Hatta tilfarið má sigast at hava staðið sína roynd, so tað hava vit sjálvsagt brúkt saman við betongveggjum til allar brandveggirnar, tá vit hava bygt virkið uppaftur, sigur Bogi Jacobsen. Og at byggja virkið uppaftur gekk skjótt. Longu í september 2018, stívliga eitt ár eftir eldsbrunan, lat virkið uppaftur.

skuldu í gongd við at byggja upp aftur sum skjótast. Tí royndu vit eisini at halda upp á so nógv fólk, sum til bar, til upprudding og annað, til vit sluppu í gongd aftur, greiðir Bogi Jacobsen frá. Hann leggur dent á, at ein endurreisn sum tann hjá Varðanum Pelagic bert letur seg gera, um ein hevur nógv góð starvsfólk rundan um seg. Endurreista virkið stendur í umleið 550 milliónum krónum, men hóast tað gamla var væl tryggjað, so hava eigararnir eisini trivið í egnan lumma. Tí fleiri broytingar eru gjørdar í mun til gamla virkið, og tað nýggja er eisini størri.

Á TVØROYRI ER GOTT

ØKJA KAPASITETIN

Bogi Jacobsen heldur eisini, at teir nú hava fingið eitt betri virki enn tað, sum brann, tí tey hava kunnað rættað alt tað, sum tey vóru ónøgd við í tí gamla. Men hann undirstrikar samstundis, at hann tó avgjørt heldur hevði viljað sloppið undan eldsbrunanum. – Vanliga verður sagt, tá slíkt hendir – at eitt virkið verður fullkomiliga lagt í oyði – at tá er tað bara í fimm prosentum av førunum, at virkið verður bygt uppaftur. Tí tað er ein strævin prosess. Men vit hugsaðu ongantíð um at kasta frá okkum, ella um at fara onkra aðrastaðni við virkinum. – Vit hava havt tað gott á Tvøroyri, og tað hevur gingið væl, tó at okkurt lítið illveður hevur verið, síðani vit byrjaðu í 2012 – til dømis, tá vit skuldu byggja út, og friðingarmyndugleikar og onkrir borgarar mótmæltu. – Ongin tosaði um annað, enn at vit bara

Framleiðslan á Varðanum Pelagic er nakað størri í dag enn áðrenn eldsbrunan, men ætl­ an­in er at økja frystikapasitetin uppaftur meira – úr teimum 1.000 tonsunum um samdøgrið, sum orka er til í dag, upp í 1.200 tons. Virðismiklasta vøran er enn sum áður mak­ rel­urin, men virkið arbeiðir eisini alla sildina hjá uppsjóvarflotanum hjá móðurfelagnum Varð­anum í Gøtu. Eysturevropa hevur altíð verið ein stórur markn­aður fyri sild og er tað enn, men mak­relur er eftirspurdur um allan heimin. Kortini verður størsti parturin av makrelinum hjá Varðanum Pelagic seldur til Russlands. Og orsøkin er vánaligu handilsviðurskiftini, sum Russland hevur við ES og onnur lond í Vesturheiminum. – Tá onnur lond, sum framleiða makrel, eru útihýst á russiska marknaðinum, er trýstið

35


MEIRVIRKING ER IKKI ALTĂ?Ă? TAĂ? SAMA SUM VIRĂ?ISĂ˜KING. – VIĂ? MAKRELI OG SILD ER TAĂ? TVĂ˜RTURĂ?MĂ“TI SOLEIĂ?IS, AT TANN STĂ˜RSTI FISKURIN MINKAR Ă? VIRĂ?I, TĂ VIT SKERA Ă? HANN.

vaksið å evropeiska marknaðin. Tí hava vit flutt okkum meira yvir å russiska marknaðin – tí vit sleppa, greiðir Bogi Jacobsen frå.

HEILFRYSTING

Størsti parturin av makrelinum verður seldur heil­frystur av landinum, og tað er eisini gald­ andi fyri sildina. Og tað er ikki, tí Varðin ikki er útgjørt til meirvirking. Tvørturímóti er Varðin Pelagic í serflokki tøkniliga sÌð og kann framleiða hópin av ymiskum úrdråttum, um tað skal vera. – Tað er ofta tann besta søgan at kunna siga, at vit virka råvøruna mest møguligt her heima. Men tað er ikki altíð, at nøkur virðisøking liggur í tí. Við makreli og sild er tað tvørturímóti soleiðis, at tann størsti fiskurin minkar í virði, tå vit skera í hann. – Vit kundu sagtans skorið fiskin, men so skal tað avskorna til Havsbrún. � tí samlaða rokni­stykkinum, er meira virðisøking í at heil­ frysta tann stóra fiskin. Tað er eisini soleiðis, at tað bÌði í Russlandi og aðrastaðni er meira tollur å innflutta fiskinum, tess meira virkaður hann er, greiðir Bogi Jacobsen frå.

36

Tí er tað serliga tÌr smÌrru støddirnar, sum verða avhøvdaðar ella skornar til annaðhvørt flaps – tå er ryggurin tikin úr – ella flak. Alt verður selt fryst, annaðhvørt singulfryst ella í blokki.

SURIMI-ÆTLAN

Svartkjafturin er ein søga fyri seg, tå tað rÌður um virðisøking. Enn fer ein stórur partur av svartkjaftinum til ídnað, men Varðin Pelagic hevur útgerð til svartkjaftaframleiðslu. Ætlanir um surimiframleiðslu vóru komnar langt åðrenn eldsbrunan, men steðgaðu eitt sindur upp tå, tí øll orkan er farin til at byggja virkið uppaftur og fåa ta meira siðbundnu framleiðsluna í gongd aftur. Men surimiÌtlanin er als ikki slept, sigur Bogi Jacobsen. – Vit hava tað mesta av útgerðini, men hon er ikki sett upp. Vit hava tó eitt sindur av test-framleiðslu, har vit royna okkum fram, sigur Bogi Jacobsen. Surimi kann gerast í ymiskum dygdum, alt eftir hvussu nógv råvøran er virkað, åðrenn hon verður vaskað og turkað til surimi.

LENOVO T480S

    STĂ“RT POTENSJALI

Royndir at virka svartkjaft til surimi eru nakrar ferĂ°ir ĂĄĂ°ur gjørdar Ă­ Føroyum, uttan at taĂ° hevur ført til varandi og lønandi framleiĂ°slu. Men Bogi Jacobsen heldur tĂł avgjørt, at taĂ° ber til. – Eitt franskt skip hevur fiskaĂ° svartkjaft viĂ° Føroyar sĂ­Ă°ani fyrst Ă­ 80’unum og fram­ leitt surimi, so vĂ­st ber taĂ° til. Eg haldi, at tĂŚr royndirnar viĂ° framleiĂ°slu, sum hava veriĂ° gjørdar, helst hava veriĂ° ov tĂ­Ă°liga Ăşti Ă­ mun til tøkni og marknaĂ°. Og viĂ°vĂ­kjandi marknaĂ°inum er taĂ° eisini sera týðandi, at leveransu­trygdin er Ă­ lagi. TaĂ° er hon nĂş viĂ° teimum kvotunum, sum nĂş eru. – TaĂ° eru ymiskar meiningar um, hvussu svartkjafturin best kann virĂ°isøkjast. Eg haldi, at surimi er eitt gott boĂ°. Ă? øllum førum er taĂ° so, tĂĄ kvoturnar eru so stĂłrar, at bara ein virĂ°isøking upp ĂĄ eini 10 oyru kilo kann økja samlaĂ°a søluvirĂ°iĂ° viĂ° nĂłgvum milliĂłnum krĂłnum, sigur Bogi Jacobsen. Ă Ă°renn eldsbrunan fekk VarĂ°in Pelagic nĂłgv burtur Ăşr at virka lodnu til matna, serliga til tann japanska marknaĂ°in. Ă˜ll lodnan var fiskaĂ° Ă­ Ă­slendskum sjĂłgvi, men har hevur stovnurin veriĂ° so illa fyri, at føroyingar onga kvotu hava fingiĂ° seinastu tvey ĂĄrini. – TaĂ° er sjĂĄlvandi Ăłgvuliga keĂ°iligt, tĂ­ lodnan gav okkum rĂŚttiliga góða inntøku, men vit fĂĄa onki gjørt viĂ° taĂ°, at ongin kvota er. Eg vĂłni tĂł, at vit skjĂłtt aftur sleppa at fiska lodnu, sigur Bogi Jacobsen. SamlaĂ°a framleiĂ°slan av frystari vøru hjĂĄ VarĂ°anum Pelagic liggur um 80.000 tons um ĂĄriĂ°.

â– â–  â–  â–  â– 

        Â?Â?Â?Â?Â? ­­€ ‚ ƒ„‚‚ 

 …   †Â?ƒ‡ˆ  



 


MÓTGONGD STIMBRAR SKAPANAREVNINI Halda S. Hansen í Norðagøtu hevur havt nógvar avbjóðingar í sínum lívi. Hon er tó ongantíð fallin í fátt, hevur ongantíð verið bangin fyri at royna okkurt nýtt, og mótgongdin hevur verið góður gróðrarbotnur hjá skapandi evnunum. SKRIVAÐ: INGOLF S. OLSEN MYNDIR: SÚSANNA SMITH JOHANSEN

38

39


Fyri níggju árum síðani stóð Halda fram og segði frá um, hvussu hon hevði verið misnýtt, frá tí at hon var sjey ára gomul. – Tað var ein stórur lætti hjá mær, at hol endiliga var sett á, og alt kom fram. Nú sigi eg javnan mína søgu alment saman við Kris, sigur hon.

mínum lívi; serliga, tá eg skrivi, og eg havi altíð skrivað, sigur hon. Lístarligu gávurnar eru fjøltáttaðar, og hon er ongantíð bangin fyri at royna nýggjar listarligar avbjóðingar. Eitt nú fór hon, tá hon á triðja sinni búði í Danmark, í holt við at gera smúkkur – oyralokkar, armbond og hálsbond til kvinnur – sum hon millum annað slapp at selja á Struer Museum.

BOGGELIBOGG

Hon dugir at tekna, hon dugir at skriva, hon dugir at sniðgeva, hon dugir at seyma, hon dugir at gera smúkkur, ja bara tað snýr seg um tað at skapa, at vera kreativur, so dugir Halda S. Hansen í Norðagøtu tað væl. Tað eru eisini skapanarevnini, sum mynda hennara gerandisdag. Nærum hvør fríløta fer við tí, men eisini í sínum borgarliga starvi fær hon verið kreativ. Hon er lærari á Skúlanum við Streymin, og á Læraraskúlanum hevði hon í síni tíð hondarbeiði og evning sum linjufak, so næmingarnir fáa eisini ágóðan av hennara evnum. Kortini var tað ikki beinleiðis hugurin til tað kreativa, sum gjørdi, at Halda á sinni leitaði sær ráðgeving og innivist í Íverksetarahúsinum í Klaksvík. Tað var

40

mest fyri at fáa íblástur og hjálp til at fáa meira burtur úr festinum hjá makanum Poul Ásmundi Tórarenni. Hann hevur festi í Skúgvi og fyritøkuna Dvørgasteinar, sum tekur sær av at selja tað, sum festið kastar av sær – føroyskan mat og heimablídni Hjá Ingu í Skúgvi.

ÍVERKSETI

Tann parturin gongur sína gongd, men Halda er vorðin verandi í Íverksetarahúsinum, har hon serliga skrivar og teknar. – Eg vil fegin seta í gongd, og alt tað kreativa, eg geri, er eisini íverksetaravirksemi. Annars dámar mær so sera væl at vera í Íverksetarahúsinum. Har er so góður friður at hugsavna seg, og kortini er altíð onkur

at práta við, um hugur ella tørvur er á tí, sigur Halda. Ongin ynskir sær mótgongd. Langt frá tí. Og hon hevði eisini fegin vilja sloppið undan teim mongu brotasjógvunum, sum hava verið á lívsleiðini. Men tað er ein sannroynd, at tað ofta ikki er á lívsins grønastu fløtum, at størsta listin sprettur.

LÍVSSPEGILIN

Um tað eisini er soleiðis hjá Haldu, veit hon ikki, men skapandi virksemi hevur í øllum førum verið hennara friðskjól, tá tað hevur leikað harðast á. – Mær dámar ævintýr, tað at fara í ein annan heim. Tað er ikki altíð tilvitað, men tað er púra greitt, at tað, eg geri, ofta er ein spegil av mær sjálvari og tí, sum hendir í

Hennara fyrsta barnabók um Boggelibogg kom út í 2013 og tann næsta í 2015. At tað lá væl fyri at skriva, fekk hon váttað á Lærarskúlanum, har hon hevði sjálvan Jonhard Mikkelsen, eitt hitt fremsta navnið í føroyska bókmentaheiminum, sum føroysktlærara. – Tá eg var 14-15 ára gomul hevði eg skrivað eina søgu um eina mynd, sum eg helt vera nokkso góða. Eg spurdi so Jonhard, um eg kundi sleppa at brúka tann tekstin, tá eg skuldi upp í føroyskum á Læraraskúlanum. Hann bleiv nokkso ovfarin, tá hann las søguna, og spurdi meg, hví sørin eg ikki hevði skrivað meira. Tá hann segði so, hugsaði eg, at so dugi eg í øllum førum okkurt. Eg fekk blóð á tonna, men gjørdi tó onki veruligt við rithøvundadreymin, fyrr enn eg skrivaði Boggelibogg, greiðir Halda frá. Hon er spakuliga í gongd við tí triðu Boggelibogg-bókina, og hana skal Sólgerð Andreassen gera tekningar til, eins og hon hevur gjørt til tær fyrru. – Annars eri eg eisini um at vera klár við einari bók um fuglin Oskar, sum situr í búri, men sleppur út. Eisini tann søgan hevur nógv av mær sjálvari í sær, sigur Halda. Hesa bókina hevur hon sjálv gjørt tekningarnar til.

MILO BLOGGAR

Og so skulu bloggarnir hjá Milo ikki gloymast. Milo er hundurin hjá Haldu, og hann hevur sína egnu Facebook-síðu, har hann bloggar um alt tað, sum honum er fyri í gerandisdegnum. – Sjálvandi kemur tað eisini fyri, at Milo fær sagt ymiskt, sum eg, Halda, ikki so væl fái sagt, sigur hon brosandi.

SJÁLVLÆRDUR SNIÐGEVI

Halda S. Hansen seymar eisini nógv, er sjálvlærdur sniðgevi, og í løtuni arbeiðir hon við einum konsepti í Íverksetarahúsinum, har hon fær brúkt fleiri av sínum skapandi evnum í senn. Konseptið snýr seg bæði um søgu, sjónvarp og klæði, sum hon sjálv sniðgevur. Hon hevði nógvar lívsdreymar sum barn og yngri, og ein av teimum stóru var at blíva skræddari og sniðgevi. Hon kendi seg drigna at teim stóru mótapallunum í París og aðrastaðni úti í heimi. Tað bleiv

so ítøkiligt, at hon eftir 10. flokk fór undir at læra til skræddara í Danmark, men gavst nokkso skjótt aftur. – Eg var so ung og einfalt ikki klár at flyta av landinum. Eg treivst als ikki og fekk heldur onki lærupláss. So tað endaði við, at eg ringdi til mammu og spurdi, um eg ikki kundi sleppa heimaftur, flennir hon. Heimafturkomin fór hon í læru í Skemmuni, men mátti eisini gevast har, tí hon er fødd við klumpfóti og klárar ikki standandi arbeiði í longri tíð. – Aftaná tveir mánaðir søgdu føturnir

41


– Mær dámar ævintýr, tað at fara í ein annan heim. Tað er ikki altíð tilvitað, men tað er púra greitt, at tað, eg geri, ofta er ein spegil av mær sjálvari og tí, sum hendir í mínum lívi, sigur Halda S. Hansen, íverkseti, rithøvundur, teknari, sniðgevi, smúkkusmiður og mangt annað.

– EG PLAGDI AT SIGA, AT TAÐ VÓRU TVEY TING, EG ABSOLUTT IKKI VILDI VERA: LÆRARI OG SKRIVSTOVUKVINNA

Hon fór aftur á Lærarskúlan, har hon umframt hondarbeiði og evning eisini hevði kristni sum linjufak. – Tað hekk eisini saman við einum barndóms­dreymi. Eg hevði nevniliga ofta hoyrt kenda trú­boðaran Elsu Jacobsen, sum var hiðani úr Gøtu, greiða frá sínum virksemi ímillum børnini í Afrika, og tí vildi eg eisini vera trúboðari. Tað bleiv so ongantíð til tað, men tað lá heilt vist onkustaðni í bakhøvdinum, tá eg valdi kristni á Læraraskúlanum, sigur Halda.

KYNSLIGA MISNÝTT stopp, so har var onki at gera, eg mátti gevast. Eg bleiv skurðviðgjørd, har tey royndu at leingja hælsinuna, men eg stríðist enn við vánaligar føtur, sigur Halda.

LÆRARI

Eitt yrki, sum als ikki var fevnt av hennara blaðungu lívsdreymum, var læraryrkið, men tað bleiv kortini hennara lívsyrki. – Eg plagdi at siga, at tað vóru tvey ting, eg absolutt ikki vildi vera: Lærari og skrivstovukvinna. Men eg broytti meining, og mær dámar ógvuliga væl at vera lærari, sigur Halda. Ætlanin var at taka ein part av útbúgvingini í Danmark, hetta var í 1995. Familjan flutti eisini niður, men Halda, sum tá gekk við næsta barninum, fekk kokuloysn, og gerandisdagurin bleiv ov møtimikil. So tey flutt heimaftur.

Hon situr hugsanarsom eina løtu og leggur so aftruat: – Tað hevur altíð ligið djúpt í mær at hjálpa børnum og skapa gleði ímillum tey. Og tað kemst av, at eg sjálv hevði tað ringt sum barn, tí eg bleiv misnýtt frá tí, at eg var sjey ára gomul. Tað var helst eisini tí, at eg hevði brúk fyri gera míni egnu ævintýr, sum eg kundi flýggja inn í. Misnýtarin var ein nærstandandi í familjuni, og seinni hevur Halda funnið út av, at foreldrini kanska høvdu ein illgruna um okkurt. Men hon segði onki, og ongin annar tók heldur stig til nakað. Tískil bar hon tigandi allar tær kynsligu illgerðirnar, ið vóru framdar ímóti henni, í sær sjálvari, til fyri níggju árum síðani.

TUNGLYNDI

Tá fleyt yvir hjá henni, sum eisini er mamma at fimm børnum. Trupul viðurskifti í familjuni ígjøgnum nógv ár, enn ein miseydnað flyting til

Danmarkar, hjúnaskilnaður, sjúka, trupulleikar við at fáa fast starv og so framvegis elvdu saman við kynsligu misnýtsluni, sum hon hevði hildið fyri seg sjálva alt lívið, at enda til, at hon fekk eina svára depressión. – Tá eg fór í viðgerð fyri tunglyndi, kom alt fram, og tá meldaði eg misnýtaran. Eg fekk beinanvegin at vita, at málið var fyrnað, men løgreglan avhoyrdi meg kortini og segði, at misnýtarin eisini fór at verða avhoyrdur. So skuldi tað onkursvegna takast saman um, men eg hoyrdi ongantíð eitt orð aftur frá løgregluni, greiðir hon frá.

EIN STÓRUR LÆTTI

Kortini angrar hon ikki, at hon gjørdi av at stíga fram í ljósið við sínum loynidómi, og tað hevur við vissu heldur ikki verið til fánýtis, heldur hon. – Tað var ein stórur lætti hjá mær, at hol endiliga var sett á, og alt kom fram. Nú sigi eg javnan mína søgu alment saman við Kris. Kynslig misnýtsla er eitt øgiligt brotsverk, tað hongur so øgiliga nógv skomm og skuldarkensla upp í hjá øllum, ið eru nær, men tað eru ikki øll, sum eru fegin um, at eg standi fram. Men tað er neyðugt, leggur Halda dent á. Kynsliga misnýtslan og atlitið til skommina hjá øðrum skal ikki sleppa at fella hana, er hon avgjørd um. – Eg eri 45 ár, men eg havi nógvar lívsroyndir og haldi meg hava nógv at geva bæði mær sjálvari og øðrum, sigur Halda.

ALT TIL VINNUNA DYGDARÚTGERÐ VIÐ POWER Í!

POWER veitir vinnuni, matstovum, stovnum og øllum, ið hava brúk fyri dygdarvørum, alskyns vørur til stórkøkar o.a. Vit útvega eisini hópin av tilhoyri til catering, alt frá víngløsum og borðbúnaði til klæðir og innbúgv til matstovur. Vit bjóða tær dygdarvørur til alt, tær tørvar, við bestu prísum og bestu tænastu. Við neyvum samstarvi við okkara veitarar bjóða vit okkara kundum ta bíligastu loysnina, bæði tá ið talan er um tilboðsvørur og ídnaðarvørur av hádygd. Vit eru altíð búgvin við serkønari tænastu við egnum verkstaði og umvælarum.

Bið um eitt tilboð í dag

Høgni Zachariasen Sølufólk

Rúni Joensen Sølufólk

42 DYGDARÚTGERÐ TIL ALT VINNULIGT VIRKSEMI

Gunleif Andreasen Sølufólk


SKJÓTUR VØKSTUR HJÁ THOMSEN Lastbilafyritøkan Thomsen er ikki ársgomul, men hevur longu 12 lastbilar og eina gravkúgv í rakstri. Stóð tað til eigaran var tað tó postur og frakt, sum var hansara livibreyð, tí saman við øðrum ætlaði hann at keypa Posta. Tað var eitt vónbrot fyri hann, at tað miseydnaðist, og hann heldur orsøkina vera politiska. SKRIVAÐ: INGOLF S. OLSEN MYNDIR: SÚSANNA SMITH JOHANSEN

44

45


Tað verður bygt, sum ongantíð fyrr, og lastbilaeigarar hava úr at gera. Tað visti Tórhallur Thomsen í Norðagøtu væl, tá hann í mai fjør legði til brots við síni nýstovnaðu lastbilafyritøku, Thomsen. Hann var eisini gamal í garði í júst hesi vinnuni. Men kortini hevði hann ikki væntað, at tað skuldi ganga so skjótt at vaksa seg stóran og sterkan. Nú, minni enn eitt ár eftir byrjanina, eru 12 lastbilar – fimm dumparar, ein sópibilur og seks lastbilar við skiftilast, harav tríggir hava krana – og ein gravkúgv í rakstri hjá Thomsen. Umframt hetta hevur hann tríggjar aðrar lastbilar at koyra fyri seg, so hann tilsamans ræður yvir 15 bilum.

SANDOYARTUNNILIN

Meginparturin av virkseminum er í Sandoyartunlinum, har Thomsen tekur sær av at koyra sprongda grótið úr tunlinum og niðan í hagan við Velbastað. Við sópibilinum skulu tey eisini syrgja fyri at halda vegin so reinan, at hann er tryggur at koyra á hjá aðrari ferðslu. – Eg bjóðaði upp á hesa koyringina og var heppin at fáa hana. Eg fekk kontraktina 28. oktober í fjør, og hon strekkir yvir 25 mánaðir at gera tunnilin pluss eitt ár til tilhoyrandi vegaarbeiði. Arbeiðsuppgávan er so umfatandi, at eg einfalt var noyddur at fáa mær fleiri bilar beinanvegin, sigur Tórhallur Thomsen.

Tilsamans eru átta lastbilar og dumparar og gravkúgvin bundin at arbeiðnum við Sandoyartunlinum. Restin av bilunum hava ymiska fyrifallandi koyring ella eru bundnir at smærri verkætlanum. Til dømis hevur Thomsen koyringina í sambandi við eina útstykking á Skála, har entreprenørurin er Articon.

HÓSKANDI STØDD

Tórhallur Thomsen er sjálvur eitt sindur ivasamur um tað at vaksa so skjótt, sum Thomsen hevur gjørt, men heldur tó, at fyritøkan nú hevur eina hóskandi stødd. – Hetta gekk skjótari, enn eg hevði ímyndað mær, men eg haldi, at tað er so passaligt við 12 bilum. Við hesari støddini er møguligt at bjóða upp á alla koyring her heima. Men eg ætli ikki, at fyritøkan skal vaksa nógv afturat. Í øllum førum skulu vit ikki upp um 15 bilar. Er onkur stór arbeiðstøka, sum krevur meira, so vil eg heldur leiga nakrar bilar inn afturat, júst soleiðis, sum eg havi gjørt nú, sigur hann.

RUMENSKIR BILFØRARAR

Ein generell avbjóðing í góðu tíðunum, sum valda í Føroyum í løtuni, er at fáa fatur á arbeiðsmegi. Og trupulleikin er kanska serliga eyðsýndur hjá einari nýggjari fyritøku, sum hevur staðið í skjótum vøkstri. Tilsamans starvast 24 fólk hjá

– Vit eru klárir at fara í holtur við Suðuroyartunnilin, tá vit eru lidnir við Sandoyartunnilin, sigur Tórhallur Thomsen, eigari og stjóri hjá Thomsen.

46

47


Tórhallur Thomsen og aðrir í leiðsluni á Posta ætlaðu at keypa almenna postfelagið, men boðið varð havnað, og sjálvur heldur hann, at orsøkin var politisk. – Eg má siga, at eg bleiv ógvuliga vónbrotin av, at vit bara blivu vend í hurðini. Vit høvdu latið eitt realistiskt boð inn upp á Posta, og eg hevði av illum vónað og væntað, at vit fingu ein møguleika at greiða nærri frá okkara ætlanum, sigur hann.

Thomsen, og seks teirra eru rumenskir bilførarar. At talið á bilførarum er so nógv størri enn talið av bilum skyldast, at tað í Sandoyartunlinum verður arbeitt í tveyskiftisvaktum. Umframt bilførararnar og stjóran sjálvan er eisini eitt skrivstovufólk í starvi, og ein lastbilmekanikari arbeiðir á verkstaðnum, sum fyritøkan hevur við Hoyvíksvegin í Havn. Tá á stendur, tekur Tórhallur Thomsen eisini fegin eitt tørn við rattið í einum lastbili ella dumpara. Thomsen hevur formligan bústað heima hjá Tórhalli Thomsen í Norðagøtu, men bilarnir hava støð í Havn. Her búgva rumensku bilførararnir eisini í tveimum leigaðum bústøðum. – Ongin í byggivinnuni klárar seg uttan útlendska arbeiðsmegi við øllum byggiarbeiðunum, sum eru í gongd, men tað er ein avbjóðing at skaffa teimum innivist, serliga í Havn, sigur Tórhallur Thomsen.

UPPVAKSIN VIÐ LASTBILUM

Hann er uppvaksin við lastbilavinnuni, tí pápi hansara Heri Thomsen rak í síni tíð p/f Heri Thomsen í Gøtu, sum tá var størsta lastbilafyritøka í landinum. Felagið hevði umleið 30 lastbilar, tá tað var størst. Tá pápin fyrst í 1980-árunum fór upp í alivinnuna, breyt Tórhallur Thomsen verkfrøðilesnaðin, sum hann var í holtur við í Danmark, av og kom heim at leiða lastbila- og flutningsvirksemið. Hann var stjóri hjá p/f Hera Thomsen, til fyritøkan í 2005 varð seld til Eimskip, so hann hevur sitið við stýrisvølin í bæði góðum og ringum tíðum. Eisini í tíðini upp undir kreppuna fyrst í 1990’árunum, tá hvørki tær almennu ella

48

tær privatu íløgurnar í Føroyum tyktust kenna mørk. Men Tórhallur Thomsen heldur avjgørt ikki, at tíðirnar tá kunnu samanberast við tær, sum nú eru. – Tá varð bygt garrvilt fyri lántar pengar og almenn veðhøld. Soleiðis er ikki nú. Gaman í eru nógvar stórar almennar verkætlanir í gongd í senn, men bæði í teimum privatu og teimum kommunalu byggjaríunum er kapitalgrundarlagið undir byggiverkætlanunum í lagi. Vit fara ikki at síggja nakað skrædl, sum minnir um tað í 1992, sigur Tórhallur Thomsen.

GÓÐAR VÓNIR

Hann hevur eisini góðar vónar um framtíðina, tí fleiri stórar byggiverkætlanir, almennar eins væl og privatar, longu eru stungnar út í kortið at fremja næstu nógvu árini. – Vit eru klárir at fara í holtur við Suðuroyartunnilin, tá vit eru lidnir við Sandoyartunnilin, flennir hann. Men tað var ongantíð ætlanin, at hann skuldi aftur á slóðina og reka lastbilavirksemi burtur av. Tí stóð tað til hann, var hann í dag á post- og fraktvinnuni sum ein av eigarunum á Posta.

VILDU KEYPA POSTA

Tórhallur Thomsen, sum til fyri einum lítlum ári síðani var leiðari á koyrideildini hjá Posta, lat nevniliga saman við øðrum úr Posta-leiðsluni boð inn upp á almenna post-felagið, tá tað var lýst til sølu í 2018. Tey áttu einasta boðið, sum kom inn, men sluppu ikki at keypa. Sambært Tórhalli Thomsen fingu tey onga veruliga grundgeving annað enn, at boðið ikki var nøktandi.

49


– Eg má siga, at eg bleiv ógvuliga vónbrotin av, at vit bara blivu vend í hurðini. Vit høvdu latið eitt realistiskt boð inn upp á Posta, og eg hevði av illum vónað og væntað, at vit fingu ein møguleika at greiða nærri frá okkara ætlanum og møguliga rætta boðið til, so tað kundi blíva nøktandi í mun til tað, sum seljarin, Vinnumálaráðið, ynskti. Men okkara boð bleiv bara havnað, og so var tað liðugt, sigur hann og leggur afturat: – Vit sótu tó eftir við einari greiðari kenslu av, at tað als ikki var okkara boð, sum tað var nakað galið við. Avgerðin var politisk, tí tað var einfalt ikki politiskur vilji at standa við avgerðina um at selja Posta, tá til stykkis kom.

SEGÐI POSTA FARVÆL

Vónbrotið var so mikið stórt, at Tórhallur Thomsen als ikki hevði hug at halda fram í sínum leiðslustarvi í Posta, og tí leitaði hann sær aftur á gamlar gøtur, inn í eina vinnu, sum hann kennir út og inn, og sum hann visti, at hann kundi fáa at bera seg. – Eg fekk einfalt ikki hálað meg uppaftur til framhaldandi at brenna fyri virkseminum hjá Posta. Vit høvdu so spennandi ætlanir um at menna serliga fraktina. Vit vóru frammanundan fremstir at flyta flogfrakt og vóru í stórari menning í sjóvegis flutninginum. Vit sóu eisini eitt stórt potensjali í internethandli og eisini í frímerkjunum, har ein stórur kinesiskur marknaður er við at menna seg. Eg tori eisini at halda upp á, at vit høvdu klárað at gjørt sjálva posttænastuna, sum nógv vóru so bangin um, uppaftur betri. – Men vit fingu ikki møguleikan, og so hevði bara bestan hug at fara at reka privat vinnuvirksemi aftur. Við mínari søgu er tað helst ikki so ónáttúrligt, at tað bleiv hetta, sigur hann.

FLUTNINGUR OG LOGISTIKKUR

Alt, sum Tórhallur Thomsen hevur fingist við, eisini eftir tíðina í p/f Hera Thomsen, hevur onkursvegna havt okkurt við flutning og logistikk at gera, so royndirnar eru bara lagstar afturat ígjøgnum árini. Tá p/f Heri Thomsen var selt, helt Tórhallur Thomsen fram har sum flutningsleiðari hjá Eimskip í umleið tvey ár. Tað var eisini ein partur av søluavtaluni. Síðani arbeiddi hann eitt stutt skifti hjá Tryggingarfelagnum Føroyar, har hann seldi vørutryggingar, men bleiv so útgerðarmaður hjá Faroe Fish. Faroe Fish var dótturfelagið hjá táverandi Faroe Seafood og hevði skiparaksturin um hendi – tað er tann fiskiskipaflotin, sum Faroe Origin eigur í dag. Samstundis var hann leiðari á landingarmiðstøðini Kongshavn. Í januar 2011, tá Faroe Seafood var farið av knóranum, tók hann við sum rakstrarleiðari hjá Mest í Runavík og var har í eitt ár, til hann tók við sum leiðari á koyrideidini hjá Posta. Har tók hann seinni eisini við leiðsluni av bulk-virkseminum.

50

Góð sambond síðan 1919 Góð sambond síðan 1919


LISTASAVN FØROYA

TAÐ BESTA AV TÍ BESTA AV FØROYSKARI LIST Einki kann sum listin menna og styrkja um samleika og mentan. Tí eigur Listasavn Føroya at ganga á odda og slóða fyri við tí besta av tí besta í føroyskari list. Tað heldur Karina Lykke Grand, stjóri á Listasavni Føroya. Vit hava vitjað stórsligna savnið. ORÐ: JÁKUP BOGI JOENSEN MYNDIR: SÚSANNA SMITH JOHANSEN

52

Sveimandi, kveikjandi og hugfarsligt. Ein bjartur viti. Eitt føroyskt mekka. Listaverkini, sum prýða veggirnar, bera boð um stóra list, ið hevjar seg upp um tað vanliga. Vit tosa um Listasavn Føroya. Og tað stendur púra greitt í viðtøkunum fyri stovnin: Listasavn Føroya skal veita trygd fyri góðsku og dygd. Tað, sum stovnurin hevur í varðveitslu, skal til allar tíðir vera og umboða tað besta av tí besta innan føroyska list. Tað er henda setning, ið stjórin, Karina Lykke Grand, skal tryggja og hava umsjón við. Ein setningur, ið henni dámar ógvuliga væl og umboðar hennara víðskygdu hugsjón um listina á Listasavni Føroya. – Tá ið eitt listaverk er komið á Listasavn Føroya, er tað ein blástempling av listaverkinum, sigur hon.

53


GRAND, GRANDE, GRANDIØST

Listasavn Føroya hevur sett sær høg og stór mál fyri framtíðina. Tað er grand, grande, grandiøst. Stovnurin vil vera mentanarliga flaggskip føroyinga og vísa list í serflokki. Stovnurin vil styrkja um samleika og mentan føroyinga og umvegis myndaligu, visuellu listina menna og kunna um virði, sum knýta saman fólk, land og tjóð. Hetta hevur størri týdning enn nakrantíð í einum heimi við áhaldandi broytingum, heldur Karina Lykke Grand, stjóri og vísir á týdningin av, at tjóðin kennir sítt upphav og tey grundleggjandi virði, sum mynda tjóðina.

LISTIN ER FØROYSK

Listasavn Føroya hevur á leið 2500 listaverk í varðveitslu. Framsýningarnar eru skiftandi, og tað er verri enn so rúm fyri at vísa øll verkini fram samstundis. Í goymsluni í kjallaranum eru listaverk í hópatali, ein ógvuliga virðismikli dýrgripur fyri fólk, land og tjóð. Ein ótømandi kelda um søgu og mentan føroyinga og list í serflokki. Nógv tað mesta eru málningar, men eisini standmyndir, grafikkur og onnur listaverk rúgva væl upp. Elstu verkini eru frá 1830-árunum, og listin røkkur heilt fram til okkara dagar. Blandingurin av gomlum verkum og nútíðarlist gera Listasavnið til nakað heilt serligt. Og tey eru har øll. Tey kendu og tey minni kendu listafólkini. Tey kendu, sum við síni list hava sett Føroyar á heimskortið. Mikines, Heinesen, Lützen, Smith, av Reyni, Patursson, Luihn, Kunoy, Iversen, Fuglø og so framvegis. Men eisini tey minni kendu listafólkini, sum tó hava evnað list til við høgari dygd og góðsku.

54

55


UPPLIVA FØROYAR Í MYNDUM

Karina Lykke Grand, stjóri, heldur, at tað er okkurt heilt serligt við føroyskari list. Eingin er í iva um, at listin er føroysk og avmyndar Føroyar. Tað líkist burturúr. – Tað er ein styrki, at føroyskir málarar til allar tíðir hava dugað at avmynda Føroyar júst so, sum tey flestu ímynda sær Føroyar. Litirnir eru, sum litirnir eiga at vera í Føroyum. Motivini eru eyðkend og avmynda føroysku náttúruna. Grøna, vakra landslagið, fjøllini og bjørgini. Og so er tað sjógvurin og havið, ið er stórur partur av føroyska samleikanum og føroysku fólkasálini, sigur Karina Lykke Grand. Hon heldur, at tað er júst hetta, sum til ber at uppliva á Listasavni Føroya. Umvegis listina og málningarnar ber til at fáa eina uppliving av Føroyum - júst soleiðis, sum Føroyar eru.

56

57


Vit eru við tær LIST ALLASTAÐNI

Karina Lykke Grand heldur, at føroyingar eru eitt ógvuliga vitandi tjóð, tá um list ræður, serliga málningalist. Tað er tí eingin tilvild, heldur hon, at málningar prýða flestu heim í Føroyum. Tað hevur eisini stóran týdning, heldur hon, at listin kemur almenninginum til góðar. Tí er tað sjálvsagt, at føroysk list prýðir almennar bygningar og er sjónlig í almenna rúminum annars, heldur stjórin á Listasavni Føroya. Karina Lykke Grand tók við sum stjóri á Listasavni Føroya tann 1. august í fjør. Hon er útbúgving mag.art og ph.d í listasøgu, og hevur arbeitt sum granskari og lektari á Aarhus Universiteti.

58

liv.fo

Kundin eigur LÍV Vinningurin verður borin aftur við góðum tryggingum, lágum rakstrarkostnaði og munagóðum avkasti á pensjónsuppsparingini.


UNGIR BILAÚTLEIGARAR HAVA VIÐGONGD

UPP Á TVEY ÁR HAVA UNGU ÍVERKSETARNIR AFTANFYRI RENT YOUR CAR VERULIGA FINGIÐ FÓTAFESTI SUM BILAÚTLEIGARAR. Í SUMMAR FER BILPARKIN HJÁ TEIMUM AT TELJA 60 NÝGGJAR BILAR. UPPSKRIFTIN ER GÓÐ MARKNAÐARFØRING OG VILJIN HJÁ STOVNARUNUM AT ARBEIÐA NÆRUM ÓKEYPIS Í BYRJANINI. SKRIVAÐ: INGOLF S. OLSEN

60

61


Tór av Skarði og Jákup Breckmann eiga saman bilaleigufyritøkuna RentYourCar, sum er vaksin við rúkandi ferð. – Vit halda sjálvir, at orsøkin til góðu gongdina er, at vit kanska duga okkurt eitt sindur betur enn hinir, sigur Tór av Skarði, sum er stjóri í fyritøkuni.

Í APRÍL 2018 STOVNAÐU TEIR TÍSKIL ÍVERKSETARAFELAGIÐ GÓÐS VIÐ HJÁLP FRÁ ÍVERKSETARAHÚSINUM HUGSKOTINUM Á VESTARU BRYGGJU Í HAVN OG BJÓÐAÐU SEG FRAM AT SELJA PYLSUR Á ÓLAVSØKU OG Á FESTIVALUNUM KRING LANDIÐ. TÁ VAR EIN VINMAÐUR EISINI VIÐ Í FELAGNUM.

Ferðin hevur verið stór, síðani teir báðir Tór av Skarði og Jákup Breckmann, báðir úr Havn, fyri bara góðum ári síðani leigaðu teirra fyrsta bil út. Nakað frammanundan høvdu teir við støði í teirra íverksetarafelag Góðs stovnað bila­leigufyritøkuna RentYourCar, og í januar 2019 tendraðu teir nýggju heima­ síð­una, so til bar at leiga bilar online frá teimum. Teir høvdu keypt tveir bilar at byrja við, tóku síðani lán og keyptu tveir afturat. Tað gekk væl, og so líðandi øktist bilaflotan. Seinasta summar vóru teir komnir upp á 28 bilar, og í summar fara ikki færri enn 60 bilar við RentYourCar-búmerkinum at koyra á føroysku vegunum. Næstan allir vera spildurnýggir – í apríl fáa teir 46 fabriksnýggjar bilar. Tað eru serliga tey, ið ferðast loftvegis, ið bíleggja sær leigubil, og tí hava allir bilarnir hjá RentYourCar støð í Vágum. Nakrir hava støð á parkeringsvøllinum við flogvøllin, meðan hinir standa klárir niðri við bátahylin í Miðvági.

DUGA BETUR

Kappingin á føroyska bilaleigumark­ naðinum er stór og vaksandi, so hvørt sum ferða­fólka­talið er vaksið. Men kortini er tað eydnast ungu havnarmonnunum at fáa veru­ligt fóta­festi á marknaðinum. – Vit halda sjálvir, at orsøkin er, at vit kanska duga okkurt eitt sindur betur enn hinir. Millum annað hava vit eina góða,

62

brúkaravinarliga heimasíðu, har til ber at leiga online, og so hava vit frá fyrsta degi lagt okkum eftir at hava eina góða tænastu. Tú fært altíð fatur á okkum, annaðhvørt við live-chat á heimasíðuni ella við telefonini – vit svara telefonini allan sólarringin. Eg veit, at vit ofta fáa kundar í vikuskiftinum og eftir arbeiðstíð, tí hinir útleigararnir ikki svara, sigur Tór av Skarði, sum er stjóri í fyritøkuni.

SELDU PYLSUR

Skalt tú niðan á ein tind, mást tú byrja í neðra og ganga alla brekkuna. Soleiðis var eisini hjá Tóri av Skarði og Jákupi Breckmann. Teir vildu gera alt fyri at sleppa inn í føroyska vinnulívið, men har vóru ongar sniðgøtur, so teir máttu bara bretta upp um ermar. Í apríl 2018 stovnaðu teir tískil íverk­ setara­felagið Góðs við hjálp frá íverksetara­ hús­inum Hugskotinum á Vestaru Bryggju í Havn og bjóðaðu seg fram at selja pylsur á ólavsøku og á festivalunum kring landið. Tá var ein vinmaður eisini við í felagnum. Seinni bjóðaðu teir seg eisini fram at gera fyrifallandi arbeiði fyri fyritøkur. Tað var ruddingararbeiði og sovorðið, sum skuldi gerast, men sum tað ikki loysti seg hjá fyri­tøkunum at seta fólk í fulltíðarstarv at gera. Tað var bíligari at keypa fólk inn til hesar uppgávurnar, tá tørvur var á tí. Tann størsti kundin bleiv Glasir, har trýst var á at fáa skúlan lidnan. – Vit endaðu við at senda løn til 40

ymisk fólk, og onkrar dagar høvdu vit 16 fólk til arbeiðis eftir midnátt, minnist Tór av Skarði.

FERÐAVINNAN DRÓG

Í oktober 2018 hevði triði eigarin fingið hug at ganga aðrar leiðir, og Tór av Skarði og og Jákup Breckmann keyptu hann út úr felagnum. Tá høvdu teir eisini skavað so mikið av kapi­tali saman, at teir kundu fara undir mál­rætt­að virksemi. Teir høvdu allatíðina havt ferða­vinnuna í kikaranum. Her hevði Jákup Breckmann eisini royndir, tí familjan hevði átt og rikið Hotel Havn í Havn. – Vit vildu fegin inn í ferðavinnuna og hugdu eftir, hvørjir møguleikar vóru. Vit end­­aðu við bilaleiguni, tí vit hildu hana vera tann mest áhugaverda – har var møguleiki at vaksa skjótt, og við at hyggja at roknskapum hjá øðrum bilaútleigarum sóu vit, at har lá rætti­liga fitt eftir. – Vit høvdu eisini gjørt eitt markn­ aðar­kann­ing­ararbeiði, har vit millum annað høvdu tosað við ferðaskrivstovur og kunningarstovur. Hesi søgdu øll, at tað altíð manglaðu bilar um summarið. Men kortini var hørð kapping, so vit hugdu eftir, um tað var okkurt, sum vit kanska kundu gera betri. Tað hildu vit so, at vit kundu – við einari góðari heimasíðu, online markn­ aðarføring og fokus á góða tænastu. Og tað er hetta, sum er eydnast hjá okkum, sigur Tór av Skarði.

63


RentYourCar byrjaði í januar í fjør við bara tveimum bilum. Í summar fara 60 bilar við RentYourCarbúmerkinum at koyra á føroysku vegunum. Teir báðir eigararnir, Tór av Skarði og Jákup Breckmann, hava styrkt fíggjarliga kjølfesti hjá fyritøkuni við at arbeiða nærum uttan løn fyrsta árið.

FUGLAFJARÐAR HAVN

ARBEIÐI OG SPARSEMI

Men í øllum førum tvær aðrar meginreglur hava verið avgerandi fyri viðgongdina hjá RentYourCar: Hart arbeiði og sparsemi. Teir báðir vóru einsamallir um alt arbeiðið til í fjør summar, tá teir settu eitt fólk í starv, og sjálvir hava teir at kalla ikki tikið sær løn fyri arbeiðið, síðani RentYourCar fór av bakkastokki. – Tað hevur verið neyðugt fyri at byggja neyðuga kapitalin upp. Vit hava roynt at forrenta hvørja einasta krónu, sigur Tór av Skarði. Tá felagið í summar skal hava 60 bilar í rakstri, roknar hann við, at neyðugt verður at seta eitt fólk í starv afturat – settu starvsfólkini fáa sjálvandi fulla løn.

UNDIR TAK Í SØRVÁGI

Tað er nógv arbeiði í sambandi við at leiga bilar út, tí eftir hvørja leigu skulu teir dustsúgvast og vaskast og annars gerast klárir til næsta kundan. Alt hetta er higartil gjørt á havnarlagnum niðri við bátahylin í Miðvági. Men nú hevur RentYourCar keypt eini hús við dupultari garasju í Sørvági. – Við so nógvum bilum, sum nú verða, verða tilsvarandi fleiri bilar at vaska, so vit

64

hildu, at nú máttu vit sleppa undir tak at gera tað. Sørvágur er eisini nærri flogvøllinum, so tað fer at verða skjótari at taka bilarnar oman at vaska og koyra teir niðan aftur. Vit hava eisini møguleika at leiga kømur í húsunum út, kanska ígjøgnum Airbnb, men so langt eru vit ikki komin enn, greiðir Tór av Skarði frá.

GÓÐ VIÐ HUGSKOTIÐ

RentYourCar hevur eisini skrivstovu á sjálvum flogvøllinum, men móður­felagið hevur enn bústað í Hugskotinum á Vestaru Bryggju í Havn, og har er ætlanin at vera, so leingi tey sleppa. – Vit hava fingið nógv burtur úr at vera í Hugskotinum. Har eru vit bæði saman við fólki, ið hava verið ígjøgnum nøkulunda tað sama sum vit, og fólki, sum hava roynt onnur ting. Tann, sum gjørdi okkum heimasíðuna, er í Hugskotinum, og eisini hann, sum orðnar roknskapin hjá okkum. – Tá vit hava tosað við leiðsluna í húsinum, siga tey eisini, at tey eru fegin um eisini at hava onkra fyritøku inni, sum er meira grundfest. Tí so kunnu vit hjálpa teimum, sum akkurát eru komin inn og ikki eru grundfest. Tey siga, at so leingi tað ikki er plásstrot, vilja tey fegin hava okkum har, sigur Tór av Skarði.

RentYourCar hevur eisini fingið nógv burtur úr ymisku tilboðunum, sum Hugskotið hevur. Eitt nú verkætlanini „Nýskapan í ferðavinnuni“. – Vit hava millum annað verið við har og eru tann vegin sloppin at tosa við allar ferðavinnustovurnar, kunn­ingar­stovurnar, Smyril Line, Atlantic Airways og so framvegis. Tað hevur verið sera viðkomandi fyri okkum og okkara virksemi, sigur Tór av Skarði.

YOUR PITSTOP IN THE NORTH ATLANTIC

EIN MILLIÓN Í AVLOPI

Hann og Jákup Breckmann eru ávika­vist 23 og 24 ára gamlir. Teir hava báðir HHprógv, og hava eisini tikið útbúgving sum professiónsbachelorar í marknaðarbúskapi. Men hóast unga aldurin og góðu førleikarnar ætla teir ikki, at RentYourCar bara skal vera eitt vinnuligt ungdómseksperiment. – Nú eru vit ein etablerað fyritøka og hava fólk í føstum starvi. Vit halda hetta vera spennandi. Hetta er tað, vit gera nú, og vit hava ikki kós ímóti nøkrum øðrum, sum er, sigur Tór av Skarði. Heldur góða gongdin fram, er heldur ongin orsøk at leita eftir gras­grøn­ari beiti – avlopið hjá Rent­YourCar var ein sløk millión krón­ur í fjør.

PORT OF FUGLAFJØRÐUR // BAKKAVEGUR 44 // FO-530 FUGLAFJØRÐUR // FAROE ISLANDS


Øðrvísi lánimøgu leiki í Føroyum

TÓRSVÍK

Meira enn 20 ára royndir í frálandavinnuni Achilles JQS

NORWEGIAN ACCREDITATION MSYS 002

Grafix 504251

ISO 9001/ISO 14001/OHSAS 18001 CERTIFIED COMPANY

THOR FREYJA

Qualified

Bryggjan 5 | 420 Hósvík | Tel 422503 | www.thor.fo

flexfunding.fo

ANNIJANNI

VER VIÐ TIL AT MENNA FØROYSKAR FYRITØKUR


SANDSHAVIÐ   ER TANN LÍTLI   VIÐ EGNUM   ÁHUGAMÁLUM 

Sandshavið er eitt av línuskipunum, sum hevur fingið makrelkvotu, men sum ikki kann fiska kvotuna. Men Kristian Martin Petersen, reiðari, heldur, at makrelkvotan – sum verður galdandi í 12 ár – gevur grundarlag fyri onkrum varandi. Sandshavið er ikki partur av nøkrum størri reiðaríið, og hevur tí eisini síni egnu áhugamál at stríðast fyri. SKRIVAÐ: ØSSUR WINTHEREIG, PRESS MYNDIR: SÚSANNA SMITH JOHANSEN

68

69


– Sjálvandi kom tað væl við, at vit fingu makrel­ kvotu. Tað gevur okkum møguleika at droyma og leggja drúgvar framtíðarætlanir. Soleiðis lýsir Kristian Martin Petersen reiðari á líniskipinum Sandshavinum, støðuna, nú línuskipini fingu tillutað part av makrelkvotuni, sum eginkvotu. Sandshavið er eitt av teimum smáu línu­skip­ unum, sum fyrst og fremst roynir á heimaleiðunum og undir Íslandi og í Eysturgrønlandi. Teir hava eisini kvotu á Flemmish Cap, men tá teir ikki kunnu frysta umborð, loysir tað seg illa at fara heilt til Flemmish Cap at fiska. Har ber ikki til at landa, og siglingartíðin er so lang, at teir kunnu bara fiska nakrar fáar dagar, áðrenn farið verður at sigla heim at landa feskan fisk. Skipið hevur verið á Flemish Kap og landað ísfisk í Føroyum, men langi siglingarteinurin ger, at tað er trupult at fáa sunnan rakstur í so langar túrar.

MAKREL TIL LÍNUSKIP

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiski­vinnu­ málum, lýsti um árskiftið eina nýggja kunngerð, har garna- og línuskipini eisini fingu makrelkvotu. Landsstýrismaðurin býtti 4000 tons av makreli út á 21 loyvi. Tað bleiv til 190 tons til hvørt loyvi. Talið á skipum er bara eini 14-15, men tey stóru reiðaríini lógu inni við fleiri loyvum frá sølu og keypi av skipum fyri nøkrum árum síðani. – Vit fáa nú eginkvotu av makreli, sum eru nýggj rættindi, men tað verður so smábýtt, tá øll tey óvirknu loyvini, sum vóru galdandi fram til 2017, fáa fullan part av nýggjum rættindum, sum koma til línuskipini í 2020. Viðurskifti tala fyri og ímóti hesum býtinum, men vit kunnu bara staðfesta, at

70

í okkara lut fellur bara ein kvota, meðan onnur skip fáa fleiri ferðir 190 tons av makreli í sín part sigur Kristian Martin Petersen.

SELJA KVOTUNA

– Men avbjóðingin beint nú er, at vit skulu herberga hesum 190 tonsunum, sum vit hava fingið, og tað kemur væl við hjá okkum. Tí hetta er ein inntøka, men tað er mest framtíðina, vit hugsa um, tí hetta gevur okkurt góðar møguleikar at menna reiðaríið munandi, sigur Kristian Martin Petersen. Sandshavið er ikki útgjørt at fiska makrel í løtuni, men teir lata eitt annað skip fiska makrelin fyri seg í ár. Hetta verður væntandi í august ella september í

ár. Avtalan verður, at tann, sum fiskar, fær 40% av avreiðingarvirðinum og reiðaríið fær 60%. Sambært reglunum er ein skiftistíð upp á tvey ár, har línuskipini kunnu selja kvoturnar, men eftir tvey ár verður brúksskylda. Kristian Martin Petersen staðfestir, at 190 tons av makreli er ikki nóg nógv til, at man kann leggja heilt um fyri at fiska tað við egnum skipi, men hann heldur, at kvotan gevur grundarlag at hugsa nýtt og øðrvísi, og at teir nokk fáa góða nytttu úr teimum 190 tonsunum. – Vit vita jú, at vit hava kvotuna í 12 ár, so um man eisini hevði fingið ein part av royndar­kvot­unum, sum landsstýrismaðurin í fiski­vinnumálum kann lata, so hevði tað givið nýggjar møguleikar, sigur Kristian Martin Petersen. – Tað kundi givið okkum møguleikan at fingið okkum eitt nýtt skip, sum møguliga saman við øðrum kann gagnnýta makrel og annan uppi­sjóvar­fisk, sum verður hagreiddur og frystur umborð á einum nýggjum skipi. – Tað er grundarlag fyri at brúka hugflogið eitt sindur nú, tí vita hava hóast alt 12 ára loyvi at arbeiða við, bæði til botnfiskin, sum er høvuðsgrundarlagið hjá Sandshavinum, og upp­sjóvarkvotuna, sum enn er lítil – men kanska verður størri komandi árini. 12 ára loyv­ini eru allur munurin, tá vit hugsa frameftir. Tí gevur tað góða meining, at línuskipini eisini fáa makrelkvotu nú, so vit fáa stundir at útvega rætta skipið til rætta endamálið, sigur Kristian Martin Petersen. – Vit ynskja ikki at fáa nakra ólmussu, vit

ynskja bara at sleppa at fiska, sigur reiðarin á Sandshavinum.

ÍSKOYTI TIL DRIFTINA

Fyri Sandshavið er makrelkvotan eitt ískoyti til driftina. Avreiðingarvirðið fyri 190 tons av makreli er kanska einar 7-10 kr fyri kilo, og tað vil siga millum 1,4 millión og 1,9 milliónir krónur. Men hetta skal býtast við skipið, sum fiskar, og okkurt annað fer sjálvandi burturav í rakstrinum. – Í fjør høvdu vit eitt yvirskot upp á 2 milliónir krónur, so í prosentum er tað nokk so nógv í okkara føri, sigur reiðarin. – Vit eru glaðir fyri at fáa hesa kvotuna, hóast eitt ár ikki ger allan munin, men vit síggja nýggjar møguleikar, nú grundarlagið undir rakstrinum batnar heldur enn versnar, sum tað hevur gjørt í nógv ár nú. Tí, at fiski­ skapurin á okkara leiðum hevur verið so lakur, fiskidagarnir er færri, skerdir møguleikar at landa uttanlands, um prísurin er betri har o.s.fr., sigur Kristian Martin Petersen. Langi teinurin at sigla heim, um skipið hevur fiskað vestan fyri Ísland ger, at tann leiðin er at kalla skorin av veiðiøkinum hjá Sandshavninum, hóast tað kann vera besta fiskileið til hýsu um várið. – Men tað ber ikki til at fiska hýsu og vita sær so langan tein at sigla við feskari hýsu, sum kortini verður send heil av landinum til útlendskar framleiðarar at vinna pening úr. Hetta hevur Felagið Línuskip víst á í nógv ár, men tað røkist ikki fyri, at politisk undir­tøka er fyri at broyta hetta til tað betra

71


ÍVERKSETARAHÚSIÐ ?

fyri skipini og manningarnar, sigur Kritian Martin Petersen.

BÝTA KVOTUR TIL ANNAN FISK

Tað kann tykjast løgið at lata skipum fisk, sum tey ikki kunnu fiska og reiðaranum á Sands­havinum hevði dámt betur, um føroysku myndug­leikarnir høvdu býtt uppsjóvarfisk við botn­fisk í t.d. Íslandi ella Grønlandi. – Ein orsøk til, at Føroyar ikki býta upp­ sjóvar­fisk við tosk í Íslandi og Grønlandi er helst, at tey londini eru ikki við í býtinum av makrelinum millum stranda­londini. Men tað er ein politiskur spurningur, sum átti at borið til at loysa, heldur Kristian Martin Petersen. Tá makrellkunngerðin kom fram, kallaði Bárður á Steig Nielsn, løgmaður, hesar nýggju makrelkvoturnar til línu- og garnaskip eina umfordeiling í fiskivinnuni. – Hetta verður gjørt fyri at javnseta skipini í heima­flotanum, soleiðis at línu- og garnaskip, sum ikki fingu part av makrelkvotuni í 2012, nú verða javnsett við hini, segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður. Eisini Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, ásann­aði í Degi og Viku, at stórur partur av fiskivinnu­poli­tikk­inum er umfordeiling millum skipabólkar. – Vit hava eina umfatandi umfordeiling í lóg­gávuni. Uppsjóvarfiskur verður brúktur til nógva umfordeiling. Meginparturin av rætt­ind­ inum í Barentshavinum og nógva aðrastaðni

72

er úrslit av umbýtið, og tað verður roynt alla tíðina, segði Jacob Vestergaard. Í somu samrøðu segði Jacob Vestergaard, at hann helt, at línuskipini sjálvi kundi býta síni makreltons um við fiskidagar undir Føroyum ella við toskakvotu frá onkrum øðrum. Men Kristian Martin Petersen heldur, at tað verður torført hjá teimum at fáa fiskidagar ella toskakvotu fyri markrelkvotuna, men hetta ber til, um myndug­leikarnir taka tað upp í millumlanda samráðingum. Í januar vóru dømi um stóru upp­sjóvar­skip­ ini, sum fiskaðu makrel fyri línuskip, garnaskip, ísfiska­skip og trolbátar. Alt skip, sum høvdu fing­ið eginpart av nýggju makrelkvotuni, men ikki sjálvi vóru útgjørd at fiska makrelin. Upp­ sjóvarskipini hava eisini áður fiskað fyri ís­fiska­ trolarar, rækjuskip og trolbátar, men á nýggjár­ inum komu línuskip og garnaskip afturar.

YMISK ÁHUGAMÁL

Sandshavið er ikki beinleiðis knýtt at nøkrum av teim­um stóru reiðaríunum, so teirra áhugamál eru ikki altíð tey somu, sum hjá teimum stóru. Kristian Martin Petersen er skrivari í Felagnum Línuskip, og eisini í tí felagnum kunnu áhugamálinum vera ymisk. Tá vinnunevndin hjá Løgtinginum hevur havt nevndina fyri Felagið Línuskip inni til hoyringar, so er tað komið fyri, at reiðarin og skiparin á Sandshavinum aftaná hava greitt nevndini frá teirra áhugamálum. – Millum línusipini eru ymisk áhugamál at

taka atlit til. Roynt verður at finna eitt felags stev, men tað kann vera ringt at finna javnvág í øllum viðurskiftum. Fortreytirnar fyri at fáa at­gongd til nýggja tilfeingið, sum makrelin til línu­skipini og møguligar eginkvotur á fjar­leið­ un­um verða kanska ikki javnt settar til skip­ini, tá farið verður langt aftur í tíðina at finna rætta grundar­lagið til framtíðarbýtið til eginkvotur, sigur Kristian Martin Petersen. – Høvuðsendamálið nú og komandi árini verður at menna línuskipaflotan soleiðis, at vit við nútímans, umhvørvisvinarligum og effektivum skipum fáa hendur á línufiskinum. Línufiskurin fær sera góðan prís, tá hann verður seldur sum liðugvøra, tí góðskan er sera góð, tá ein og ein livandi fiskur kemur innanborða og liggur liðugt hagreiddur og frystur lítla løtu eftir, sigur Kristian Martin Petersen.. – Hetta er leiðin fram, og vit vóna, at øll reiðaríini í línuflotanum innan stutta tíð hava gjørt íløgur í nútímans skip, sigur Kristian Martin Petersen.

! Vit hjálpa fegin

Høvuðsvirksemið í Íverksetarahúsinum er, at veita almenna og ókeypis ráðgeving til øll, ið hava hug og hugskot til íverksetan. Harumframt verður regluliga skipað fyri tiltøkum, skeiðum og øðrum útbúgvingarligum virksemi.

Hevur tú spurningar, brúk fyri sparring ella tørv á vegleiðing, set teg í samband við Íverksetarahúsið á iverksetan@iverksetan.fo


LOCA Í SVERRISGØTU

EITT EKSOTISKT EKKÓ ÚR MEKSIKO 74

75


Einaferð var gleimur „uppi í Meksiko“ tey kallaðu, økið við gamla Húsagarð í Havn. Men tað var tá. Nú er Meksiko mitt í býnum. Ella rættari sagt eitt ekkó av meksikanskari mat- og drekkimentan ORÐ: JÁKUP BOGI JOENSEN MYNDIR: GUÐRIÐ HENTZE

Loca er staðið í Sverrisgøtu, ið bjóðar gestunum eksotiskar upplivingar, hvørs uppruni og íblástur er suðuramerikanskur og stavar úr Meksiko. Alt er meksikanskt. Stílurin er mekiskanskur og huglagið tað sama. Ja, handan barrdisikin finna vit sjálvandi tann so eyðkenda meksikanarahattin. Og so er tað maturin og drekkivørurnar. Tað mesta av ráðvøruni er innflutt úr Meksiko, bæði mat- og drekkivørur. Bara grønmetið og kjøtið er føroyskt. Gamaní er kokkurin, Brent eitur hann, úr Avstralia. Hann hevur búð í Føroyum í fýra ár, og eisini hann er sera hugtikin av meksikansku mat- og drekkimentanini og serliga smakkinum, ið brýtur frá øllum øðrum. Rættirnir eru lættir, meksikanskir. Sokallað Tacos, sum er autentisk, meksikansk skundvera ella „fast food“ og í stíli minnir eitt vet um japanskt sushi. Eitt kærkomið alternativ til tann tunga føroyska matin, heldur Brent skemtandi fyri. Drekkivørurnar eru meksikanskar coctails, øl og sodavatn uttan brús, ið er serliga væl umtókt í Meksiko. Meksikanar drekka ikki nógv vín aftur við matinum, men útflutningurin av víni er stórur og hevur - eins og meksikanski maturin og aðrar drekkivørur - nú funnið vegin til 18 harðbaldar oyggjar í Norðuratlanshavi, langt frá eksotiska suðuramkerikanska landinum við tí serligu mentanini. Føroyingar kunnu nú njóta meksikanskan mat og drekka mitt í hjartanum í høvuðsstaðnum.

76

KÆRLEIKI VIÐ FYRSTA EYGNABRÁ

Tað er 33 ára gamli Sigfríður á Plógv í Havn, sum eigur og rekur Loca í Sverrisgøtu. Hugskotið til meksikanska konseptið, sigur hann, kom á ferð hinumegin meksikanska markið, í Boston í USA. Har vóru hann og nakrir vinmenn á ferð og vóru eitt kvøldið farnir á meksikanska barr- og matstovu í býnum. Sigfríður varð beinanvegin hugtikin og fall fyri konseptinum. Fyri tí suðuramerikanska. Fyri tí meksikanska. – Eg haldi, at eg tori at siga, at eg varð hugtikin og fall fyri konseptinum beinanvegin. Tað var kærleiki við fyrsta eygnabrá, sigur Sigfríður. Tað gekk ikki rúm tíð, áðrenn tankarnir um eitt líknandi konsept í Havn var farið at mæla í høvdinum á Sigfríði. Og nógv varð gjørt burtur úr fyrireikingunum. Farið varð til verka við stórum nærlagni. Einki varð latið tilvildini. Nú mátti hugskotið bera ella bresta. Førast út í lívið ella jarðast med alla. Fyri at finna kveikjan og íblástur fóru Sigfríður og kokkurin Brent tí av landinum. Fyrst varð farið til Keypmannahavnar og London at finna íblástur á matstovum har, men ferðin var ikki fullkomin fyrr enn farið var til sjálvan upprunan: Til Meksiko. Til býin Oaxaca. Har varð hildið til í eina viku. – Endamálið við ferðini var at fáa íblástur og vitan og læra okkum at gera meksikanska matin á allar bestan hátt. Tað var ein sera væleydnað ferð. Vit fingu nógv burtur

77


úr og góðan lærdóm frá sera góðum og royndum kokkum, sigur Sigfríður og leggur dent á, at tey eru til reiðar, nú nýggja hugskotið og konseptið skal standa sína roynd í Sverrisgøtu í Havn.

SKAL VERA SKJÓTT, LÆTT OG STUTTLIGT

Men hvat er so endamálið við Loca? – Endamálið er, at gestirnir skulu fáa eina so góða og stuttliga uppliving, sum yvirhøvur til ber. Tað skal vera skjótt, lætt og stuttligt, sigur Sigfríður. Hann sigur, at Loca hevur ongar ambitiónir, tíansheldur nakrar ætlanir um at kappast við fínu mat- og skeinkistøðini í høvuðsstaðnum um Michelin-stjørnurnar. – Vit leggja ikki dentin á ta fínu mat- og drekkimentanina. Okkara hugskot og konsept er øðrvísi og skal vera øðrvísi. Vit leggja dentin á tað skjóta, lætta og stuttliga. Tað skal vera „fest og farver”, sigur Sigfríður. Hann leggur aftrat, at hugskotið er serliga ætlað at raka málbólkin millum 18 og 25 ár. Tey, sum ætlað sær í býin um vikuskiftini at hugan sær og hava tað stuttligt. Men annars eru øll vælkomin, sigur hann. Loca hevur opið fríggjakvøld, leygarkvøld og sunndag.

78

79


PRIVAT MÁLNINGAFRAMSÝNING

Cocktails

til tína

VEITSLU!

Í hvørjari útgávu av Vinnulívinum hava vit eina grein um málningalist, og hava vit funnið útav, at nógv fólk eiga máln­ing­ar, sum tey ikki hava hangandi á vegg­in­um, orsakað av t.d. vantandi veggja­plássi. Tí fara vit at skipa fyri einari máln­inga­framsýning, har privat fólk kunnu vísa fram list, ið tey ynskja at selja víð­ari til onkran, sum hevði sett prís upp á hana, og sum sjálvandi hevði havt møguleika fyri at havt hana hangandi á vegg­inum, sum mann eigur.

Um tú kundi hugsað tær at sett ein máln­ing til sølu á hesi framsýning, so set teg endiliga í samband við okkum á tlf: 214500 ella á teldupost: adam@vinnuliv.fo Seljarar og keyparar eru dulnevndir, og seljari setir sjálvur ein minstaprís, so tað er ikki eitt krav, at málningurin skal seljast á fram­sýningini, um minstiprísurin ikki verður boðin, og talan er bert um list frá kendum kunstnarum


JARÐIR

FERÐAVINNUTILBOÐ SKULU SKIPAST BETRI

Jarðir er nú vorðin ein pallur hjá bønd­r un­u m at marknaðarføra og selja ferða­v innutilboð. John Mortensen, sam­skip­a ri, sóknast eftir einum veruligum ferða­v innu­p olitikki. Hann heldur, at málið má vera at fáa meira burtur úr tí ferða­fólka­t ali, sum longu er, heldur enn at økja tað, og nógv ferðavinnumál í landinum eru als ikki boðin út enn. SKRIVAÐ: INGOLF S. OLSEN MYNDIR: KLARA JOHANNESEN

Bøndurnir vilja av álvara sleppa upp í part í føroysku ferðavinnuni, og fyri einum sløkum ári síðani stovnaðu teir felagið Jarðir, sum serliga hevur sum endamál at menna og samskipa ferðavinnu, ið onkursvegna er knýtt at hagunum. Tey bæði bóndafeløgini Føroya Bóndafelag, sum er felagið hjá festibøndrunum, og Óðalsfelagið, sum er felagið hjá ognarbøndrunum, eiga í felag Jarðir. Felagið hevur nýliga tikið yvir økisnøvnini hiking.fo og heimabeiti.fo frá felagnum Hiking, sum ferðavinnumaðurin Pól Sundsskarð eigur. Samstundis er John Mortensen settur sum samskipari í Jarðir. Hann hevur cand.merc-útbúgving í samskifti og tískil bestu førleikar at taka sær av marknaðarføring av ferðamálum og ferðatilboðum og eisini at taka sær av at samskipa tey ymisku tilboðini.

TALIÐ MÁ AVMARKAST

John Mortensen er júst farin til verka og er tí varin við at seta nøkur ítøkilig mál fyri, hvat bøndurnir skulu hava burtur úr, nú teir fara at samskipa og marknaðarføra teirra tilboð betri. Men hann heldur ikki, at tað er nøkur gongd leið at blíva við at slúsa enn fleiri ferðafólk inn í landið. – Bøndurnir merkja væl, at jørðin verður nógv slitin av tí virkseminum, sum longu er, og nakrir eru eisini, sum neyvan eru áhugaðir í at fáa enn fleiri ferðafólk út í hagarnar at ganga. Nakrir bøndur, sum eg tosi við, vilja heldur avmarka talið og stýra ferðafólkastreyminum betri, soleiðis at ferðafólkavinnan í best møguligan mun verður umhvørvisliga forsvarlig, sigur John Mortensen.

82

83


– Bøndurnir merkja væl, at jørðin verður nógv slitin av tí virkseminum, sum longu er, og nógvir teirra eru neyvan áhugaðir í at fáa enn fleiri ferðafólk út í hagarnar at ganga, sigur John Mortensen, samskipari í Jarðir.

men høvuðsorsøkin til ymisku trupuleikarnir, sum hetta hevur elvt til, og sum vit javnan hoyra um í miðlunum, er, at Føroyar ikki hava nakran veruligan ferðavinnupolitikk. – Ja, tað haldi eg absolutt, at landsstýrið skuldi tikið upp og spurt seg, hvussu tað kann stýra og avmarka, heldur enn at loyva ferðavinnuni at broyta tey lítlu samfeløgini. Tað eru jú tey, sum ferðavinnan selur seg upp á. Tú selur ikki býarlívið í Havn, Klaksvík ella í Runavík, tú selur útjaðaran, tú selur tey smáu plássini og tey støðini, har til ber at uppliva bygdarlívið. Tí mugu vit ikki lata ferðavinnuna koma inn og broyta tað, tí so oyðileggur hon sítt egna tilverugrundarlag. – Men alt hetta má vera orðað og skipað í einum ferðavinnupolitikki. Sum er arbeiða vit reaktivit – man hevði ikki ordiliga sæð fyri sær, at ferðavinnan fór at taka sovorðið dik á seg, sum hon hevur síðstu fimm árini, og so verður bara reagerað onkursvegna, so hvørt sum trupulleikarnir stinga seg upp. Men nú, haldi eg, at vit eru komin har til, at tað má handlast skjótt, sigur John Mortensen.

EITT GOTT ÍKAST

MEIRA BURTUR ÚR

Men bøndurnir vilja samstundis hava meira burtur úr ferðavinnuni, og tí má meira fáast burtur úr teimum ferðafólkunum, sum koma higar. – Tað snýr um kvalitet heldur enn kvantitet – um ikki at leggja seg eftir at fáa fleiri fólk hendavegin, men fáa tey at leggja meira eftir seg. Cruise-skipini til dømis, koma við nógvum fólki, sum slíta nógv, men tað er avmarkað, hvat tey leggja

84

eftir seg. Men so eru eisini góð dømi um smærri bólkar, sum ynskja sær eina serliga uppliving og vilja gjalda fyri hana. Tey keypa sær ein túr við ferðaleiðara, sigur samskiparin.

VANTANDI POLITIKKUR

Ferðafólkastreymurin til Føroya er vaksin ógvusliga seinastu árini og serliga hesi seinastu fimm árini. Nógv meira enn nakar hevði roknað við, heldur John Mortensen,

Vantandi politikkurin hevur eisini elvt til regulera mótstøðu ímóti óskipaðu ferðavinnuni summa­ staðni. Eisini bøndur hava gjørt vart við seg, tí teir hava kent seg sum áskoðarar uttan ávirkan. Men samskiparin í Jarðir heldur avgjørt, at teir allarflestu bøndurnir taka væl ímóti ferðavinnuni, bara hon er væl skipað og hevur karmar at arbeiða innanfyri. – Bøndurnir vilja ikki bara steingja av, men teir ynskja at vera við upp á onkran máta. Og tað má vera upp á ein máta, sum hóskar hjá teimum og til tað virksemi, sum annars er. Tað er ongin loyna, at tað er fáur, sum er vorðin ríkur av at vera bóndi. So ferðavinnan kann blíva eitt gott íkast hjá teimum, sum reka jarðarbrúk, serliga í útjaðaranum og á útoyggj. Tað eru fá, sum kunnu

liva av einum festi ella ognarhaga, men fáa tey eitt sindur burtur úr ferðavinnuni eisini, kann onkur kanska fáa tað bera til, sigur John Mortensen.

ÓTROYTT FERÐAMÁL

Eitt afturvendandi kjakevni í ferðavinnuni er, at hon er so miðsavnað um nøkur fá ferðamál, sum verða niðurslitin. Samstundis eru onnur øki, sum eru við sviðusoð. At fáa broytt hetta, er ein stórur partur av hansara arbeiði sum samskipari. – Í fyrsta umfari fer tað at snúgva seg nógv um at styrkja tey tilboðini, sum longu eru úti á heimasíðuni hiking.fo. Har liggja nøkur tilboð og nakrir túrar inni, sum ikki eru aktiv, og afturat tí so hava vit eitt stað ímillum 20 og 30 túrar, har fólk hava vent sær til okkum við hugskotum. Summastaðni er talan um meira og minni liðug hugskot, og summastaðni eru tað bara leysir tankar um tilboð í teirra haga ella teirra øki. – Í dag eru túrarnir rættiliga nógv mið­ savn­aðir, serliga í Norðoyggjum, onkur í Eystur­oynni og øgiliga nógv í Vágum og Mykinesi. Men potensjalið er so øgiliga nógv størri enn tað. Til dømis eru fáir skipaðir túrar í Suðurstreymoy og enn færri ella slett ongir í Sandoynni og Suðuroynni, sigur John Mortensen. Hann leggur dent á, at Jarðir er ein pallur, sum skal fáa allar bøndur og øll øki við, so at feravinnan kann blíva eitt annað bein eisini hjá teimum at standa á.

SERLIG STØÐ DRAGA

At spjaða ferðavinnuna er sunt fyri allar partar í ferðavinnuni, heldur hann, men tað einsamalt fer neyvan at avlasta tey økini, sum í dag verða trávitjað og niðurslitin. – Tað eru altíð nøkur serlig støð, ið draga

fólk at sær, og sum gera, at ferðafólk yvirhøvur koma henda vegin. Soleiðis er tað allastaðni. Eg vænti ikki, at til dømis Múlafossur, Mykines og Kallurin fara at merkja eina niðurgongd í vitjanum fyri tað, um vit fáa 40 nýggj tilboð. Men tað snýr seg um eisini at selja hesi tilboðini til ferðafólkini, tá tey nú einaferð eru komin higar, og tað snýr seg nógv um at spjaða tað, sum legst afturat, sigur John Mortensen. Tað kunnu eisini vera onnur serlig fyribrigdi, sum elva til lop í ferðafólkastreyminum til ávís øki, og har ein aktiv­ur ferðavinnupolitikkur er týdningarmikil fyri at lofta avleið­ing­un­um.

JAMES BOND

Ongin veit til dømis, hvat nýggi James Bondfilmurin fer at gera við áhugan fyri Kalsoynni, vísir John Mortensen á. – Filmar gera støð kend, og royndir vísa, at teir kunnu fáa ferðafólkatalið á ávísum støðum at eksplodera. Tá snýr tað seg um at vera eitt sindur uppá forkant og hava nakrar grundleggjandi hugsanir og ætlanir. Skal tað til dømis vera møguligt hjá øllum at sleppa fram at slíkum støðum, kann tað vera neyðugt við bæði størri skipum og fleiri bussum. Men kanska er tað rættari at hugsa um, hvussu atgongdin kann avmarkast og stýrast betri, so umhvørvið verður vart, og meira fæst burturúr – til dømis við at krevja, at túrar til slík støð skulu vera skipað við ferðaleiðara, sigur John Mortensen. Hann vísir á, at tað tó eisini eru túr­fyri­ skiparar, sum sjálvir syrgja fyri at avmarka túra­talið fyri at verja náttúruna og umhvørvið. – Til dømis túrurin út í Drangarnar í Vágum, sum er á síðuni hjá okkum. Har er túrur tríggar ferðir um vikuna um summarið, og fyriskiparin ynskir ikki meira enn tað – tað

er hansara máti at avmarka slitið upp á, sigur John Mortensen.

FØROYAR NUMMAR EITT

Hann nevnir eisini avleiðingarnar av, at Føroyar ikki minni enn tvær ferðir eru kosnar heimsins best­ar í kenda altjóða tíðarritinum National Geo­graphic – í 2007 av ferðaserfrøðingum sum heimsins mest óspilta oyggjaland og í 2015 av lesar­un­um sum heimsins besta ferðamál. – Í tí sambandinum blivu myndir av útvaldum støðum í Føroyum sera nógv eksponeraðar. Og tað eru tey støðini, sum ferðafólk náttúrligt vilja síggja. Men hvat gera vit so, tá trýstið verður ov ógvusligt, skalt tú til dømis siga við fólk, at tit sleppa ikki til Saksunar við bili? Tí annars má vegurin breiðkast. Og skulu vit gera stór parkeringspláss við tey mest vitjaðu ferðamálini? Tað eru millum annað slíkar spurningar, sum vit mugu hava ein yvirskipaðan politikk fyri, sigur John Mortensen.

TALGILD SKIPAN

Gongd í haga og fráboðanarskylda eru eisini aftur­vend­andi kjakevni, bæði tá snýr seg um útlendsk ferðafólk og um føroyingar, sum dáma at ganga í fjøllunum. – Tað eru bóndur, sum uppliva trupulleikar við ferðafólki, tá teir eru á fjalli og annað. Har hugsa vit, at Jarðir kann vera við til at gera boðskapin einfaldan og vera tann stovnurin, sum tekur ímóti upplýsingum og sendir teir víðari; upplýsingar um, hvar fólk fara, og at tey eru komin aftur. – Vit hugsa eisini um onkrar snildar, talgildar skipanir, har tú á netinum ella um eina app kanst kekka inn, tá tú fert avstað, og

85


– Tað eru altíð nøkur serlig støð, ið draga fólk at sær, og sum gera, at lferðafólk yvirhøvur koma. Soleiðis er tað allastaðni. Eg vænti ikki, at til dømis Múlafossur, Mykines og Kallurin fara at merkja eina niðurgongd í vitjanum fyri tað, um vit fáa 40 nýggj tilboð, sigur John Mortensen.

kekka út, tá tú ert komin aftur. Eisini skal tað bera til at boða frá, tá tørvur er á hjálp. Her tosa vit altso bæði um skipan av gongd í haga og um trygd, sigur John Mortensen.

FØROYINGAR Í FJØLLUNUM

Føroyingar ferðast støðugt meira innanlands, og serliga eru fjallatúrar vorðnir væl umtóktir. Teir kenna ofta heldur ikki nóg væl til, hvat treytirnar eru – hvar tú skalt boða frá, um tú ætlar tær ein túr og so framvegis. – Føroyingar duga kanska betur at taka hædd fyri árstíðini, veðri og vindi. Í so máta er minni vandi við teimum, tá tað snýr seg um trygdina, men teir vita ofta líka lítið um reglur og treytir, sum útlendsk ferðafólk gera, sigur John Mortensen. Heimabeiti.fo er ein kunningarsíða, har svar fæst upp á nógv, men tað er eisini tørvur á per­són­ligari ráðgeving, og ætlanin er eisini, at Jarð_ir við tíðini skal menna seg til eina ferða- ella kunn­ingar­skrivstovu við einari umsiting, har tað ber til at venda sær við spurningum.

Royn okkurt øðrvísi? hágóðsku

meksikanskur matur

l i t l æ v r a k hós lkaó f s v star ir, ð r e f út r og fundi t tilík

ILLA ÍLATIN TÝSKARI

At tað er tørvur á tí, hevur John Mortensen eitt feskt dømi upp á. – Eg tók ein týskara, sum stóð og tumlaði, upp í bilin nú ein dagin. Hann var á veg úr Havnini til Hvalvíkar, haðani hann ætlaði sær at ganga upp um fjallið til Vestmanna. Tað var regn, áarføri og bráðnandi kavi, øgiliga váttligt. Og hann var illa ílatin, í jogginbuksum. – Eg hevði ikki sjálvur gingið tann túrin, men helt líkindini vera ivasom, so eg ringdi til Pól Sundsskarð. Hann vildi absolutt frámæla týskaranum at fara. So nú sat eg við einum turisti í bilinum, sum ikki visti, hvar hann skuldi fara. Eg var á veg norð til Klaksvíkar, so eg segði, at tað var gangandi niðan á Klakk, sum er ein fínur túrur, ella onkran líknandi lættan túr har norðuri, og so kundi hann tumla til Havnar aftur. Soleiðis bleiv tað, men hann visti ikki betur, greiðir John Mortensen frá.

86

tel 21 45 00

Sverrisgøta 15

Tórshavn

87


SAMBAND T L F. 5 2 5 2 0 0

Upplatingartíðir Upplatingartíðir Týsdag og hósdag kl. 17.30 20.00 Týsdag og-hósdag kl. 17.30 - 20.00

Vit flyta pening Vit flyta pening til 200 ymisk lond til 200 ymisk lond uppá 5 min. uppá 5 min.

+298 58 90 40 · Tórsgøta 11 · FO-100 Tórshavn · Føroyar

Tel 565500 - info@pa.fo - www.pa.fo


OKKARA KJARNUØKI

GRANNSKOÐAN ROKNSKAPARHJÁLP SKATTUR VIRKISRÁÐGEVING BÓKHALD MEIRVIRÐISGJALD Skalt tú meta um framtíðina, mást tú kenna fortíðina.

WWW.JANUAR.FO

STARVSFÓLK OKKARA HAVA SERÚTBÚGVING FRÁ PROTAN

PROTAN TAKDÚKAR TIL FØROYSKA HiddenFjord laksur livir í einum av heimsins reinastu høvum. VEÐURLAGIÐ Vit ganga framhaldandi á odda við at menna burðardyggar og nýskapandi mannagongdir at ala heimsins besta laks. Vit leggja dent á at ala í harðbalnum økjum og at viðfara laksin skynsamt.

tekjur – altanir - tún o.a.

Grafix 504251

Hetta er við til at geva HiddenFjord laksinum eyðkenda fríska og reina smakkin. I-Tak Spf á Hjalla 6 188 Hoyvík Tel. 22 59 77 itak@itak.fo www.itak.fo

www.HiddenFjord.com • P/F Luna, FO-510 Gøta, Faroe Islands • Tel +298 66 21 00 • luna@luna.fo

Faroese sheepskins May be the most beautiful

rugs in the world

www.atlanticwool.com


Grundað á tørv. Bygt á serfrøði. Gjørt til menniskju.

Klintra | Heykavegur 4 | FO-100 Tórshavn | +298 898989 | klintra@klintra.fo | www.klintra.fo

Profile for vinnulivid.fo

Vinnulívið útg. 20, mars 2020  

Vinnulívið útg. 20, mars 2020  

Advertisement

Recommendations could not be loaded

Recommendations could not be loaded

Recommendations could not be loaded

Recommendations could not be loaded