Page 1

Müllers Pakkhús


Müllers Pakkhús

Sørin Emil Müller bygdi pakkhúsið miðskeiðis í 1890’unum. Tað fekk navnið Müllers Pakkhús. Húsið er í trimum hæddum. Í kjallaranum var stór saltgoymsla. Sørin Müller, sum m.a. var reiðari, hevði saltsølu, tí skipini skuldu brúka salt og útflutningsvøra føroyinga var saltfiskur og klippfiskur. Fiskapláss og hellur vóru avbreidd við kritahvítum fiski á Gulakletti, Rundingi, fram við báðum vágunum og Yviri við Strond. Sørin Emil Müller innflutti saltið úr Miðalhavslondum og skipini løgdu at við Stabban, sum enn sæst. Á miðhæddini høvdu reiðaríini hvør sítt goymslurúm og proviantrúm. Navnabrettini síggjast enn. Á ovastu hædd

Proviantur hjá TN 25. TRE SØSKENDE, goymslurúm 5 á miðhæddini.


Seglloftið í Müllers Pakkhúsi.

var seglloftið. Tá skipini vórðu vetrarfortoyað, bleiv riggað av, segl, togverk og blokkar tikið niður og ført í land. Sluppirnar høvdu ongan motor, vóru sokallaðir deyðsiglarar, og á loftinum arbeiddu menn við at bøta, seyma, umvæla og barka seglini um veturini. Søren Müller var føddur í Havn í 1856, sama ár sum Kongaligi Einahandilin var avtikin. Hann doyði í 1922. Hann var sonur hin navnframa Hans Christopher Müller (1818–1897). H.C. Müller var so mangt, m.a. sýslumaður í Streymoynni, postavgreiðslumaður, avgreiðslumaður fyri DFDS og sparikassastjóri. Hann sat í 28 ár á løgtingi og í 30 ár í Ríkisdegnum. Settur fúti og sorinskrivari hevur hann eisini verið. Sonurin Sørin Müller fór niður at læra, tók „dansk juridisk eksamen“ og kom heim aftur at vera fulltrúi á amtsskrivstovuni og eitt skifti eisini fulltrúi hjá fútanum. Tá pápanum barst frá, starvaðist hann eisini sum postavgreiðslumaður og sýslumaður. Men hugurin mundi standa til vinnulívið, tí sum so mangur annar av teim framtakshugaðu havnarmonnunum fór hann inn í reiðaravirksemi í sambandi við sluppfiskiskapin, sum av álvara tók seg upp í 1890-unum.


Eitt skiftið hevði Søren Müller sjálvur 13 skip og part í øðrum eisini, so hann gav arbeiði til nógvar hendur. Hann hevði eisini avgreiðsluna fyri DFDS. Hann hevði eisini áhuga fyri jarðarbrúki. Hann hevði sonevnda sýslumansgarðin, sum var burtur av eystara kirkjubøarfestinum, (tvinni festi, 26 merkur hvørt, vóru í Kirkjubø), og harumframt traðir av Flatnahaga (Álakeri) í Havn. Eisini átti hann væl av ognarjørð inni á Skála. Í tíðarskeiðinum 1896-1908 var Søren í borgaraumboðnum, sum saman við fútanum stjórnaði Havnar kommunu, og í 1909-10 býráðslimur og í 1913-20 býráðsformaður. Løgtingsmaður fyri Norðstreymoy var hann í 1891-1903 og fyri Suðurstreymoy 1903-08. Lágakai er brúgvin beint uttanfyri Rættará. Hon er til enn, og frá henni ganga trappur upp á Høgukai. Í 1968 keypti Tórshavnar havn Müllers Pakkhús frá táverandi eigaranum Eiden Müller. Í nógv ár vóru húsini leigað út til ymsar fyritøkur og feløg her í býnum. M.a. goymdi Fiskasølan pakkitilfar her í nógv ár, áðrenn bygdur varð nýggjur bygningur Yviri við Strond, sum Føroya Sparikassi í dag eigur. Tórshavnar Froskmannafelag húsaðist eisini her í nøkur ár.


Í dag eigur Tórshavnar kommuna húsini. Partur av húsinum goymir tilfar í sambandi við sjólív og býarsøgu, meira at kalla eitt siglingarsavn, tí Müllers Pakkhús er partur av søguligu býarmyndini við Vestaruvág og skal varðveitast sum minni um býarsøguna og skipasøguna í Havn. Saltgoymslan verður í dag brúkt til m.a. móttøkur, framsýningar, veitslur og konsertir.

Vitjan av FIFA, móttøka í Müllers Pakkhúsi.


JANUAR 2016

Tórshavnar kommuna Postsmoga 32 · FO-110 Tórshavn Telefon 302010 · torshavn@torshavn.fo Mánadag-hósdag

kl. 9-16

Fríggjadag

kl. 9-15

www.torshavn.fo

Müllers pakkhús  

Kunning um Müllers pakkhús

Müllers pakkhús  

Kunning um Müllers pakkhús

Advertisement