Page 1

MÁLAÐUR KLÆDNINGUR SPARIÐ TÍÐ VIÐ MÁLAÐUM KLÆDNINGI -

Veljið ímillum 200 ymiskar profilar 4 teir kendastu á goymslu Umhvørvisvinarlig viðger Kann málast í øllum NCS og RAL litum Veljið yvirflatustruktur PEFC og FSC- góðkent og CE merkt


TRÆSORT Ráviðurin, sum nýttur verður til málaða klædningin hjá XL-BYG TÓRHAVN, er úr grann u/s kvinta - Reyðgrann (Picea abies (L.) Karst.) Timbri er vaksi í mið- og norðursvøríki, har tað kalda veðurlagið fremur ein seinni vøkstur, sum ger at árringarnir verða tættari og harðari, umframt at kvistar verða smærri og fastari. Seintvaksið timbur verður vanliga sett í samband við eina betri góðsku. Grannviðurin hevur ein heilt serligan afturlatnan kyknubygna. Hetta ger at grannviðurin ikki kann trýstimpregnerast, men hevur samstundis tann fyrimun at vatn ikki treingir inn í kyknurnar. Grannviður hóskar tí sera væl sum ráviður til málaðan uttandura klædning.

MÁLING Viðgerðin av klædninginum er 2 løg av umhvørvisvinarligari máling (grund- og topmálað). Standardliturin hjá XL-BYG TÓRSHAVN er svart, men okkara veitari kann mála klædningin í júst tí liti, tú ynskir innan NCS og RAL litrøðirnar. Klædningurin verður grundmálaður allar 4 síðurnar og topmálaður á framsíðu og á 2 kantum. Hetta ger at bert er neyðugt við einum umgangi av máling eftir at klædningurin er settur upp, ella bert plettmáling av seymi og skurðum. Nærri kann lesast í vegleiðingini til málaðan klædning á xlt.fo. Teknikkurin, sum nýttur verður til málingina, ger at málingin treingir so langt inn sum til ber og forðar fyri at soppur og rot fær fastatøkur á viðinum. Klædningurin fær tí longri og betri haldføri enn um hann var málaður við hond.


MÁLAÐUR KLÆDNINGUR LITIR Standardliturin á goymslu hjá XL-BYG TÓRSHAVN er svart, men vit kunnu útvega málaðan klædning í øllum litum í NCS og RAL litrøðini.

PROFILAR Standardprofilar eru á goymslu hjá XL-BYG TÓRSHAVN Umframt hesar, kunnu vit serskilt veita profilar frá verðandi standardskrá ella sertilgjørdan til eitthvørt endamál.

25 x 150 mm Klæðning XL 446

25 x 150 mm Klæðning XL 407

25 x 150 mm Klæðning XL 205

25 x 150 mm Klæðning XL 414


A YVIRFLAT Møguleiki er at velja í millum fleiri yvirflatustrukturar: 1. 2. 3. 4. 5. 6.

Hølvað – jøvn og sløtt flata. Hóskar væl til rimagirðing, rimaverk o.t. Rásaga – klassisk rá flata, sum gevur málingini meira at festa seg í og leingir um livitíðina Bustað við nylon/stáli – Heilt serstøk flata, sum framhevjar træstrukturin. ”Paintcutted” – sera fíntsaga flata, sum gevur eina javnari útsjónd enn tað rásagaðu Mikromynstur – gevur smáar javnar strípur í flatuna og gevur brettunum eina meira einsháttaða útsjónd. Hugflog – bert hugflogið setur mørkini - vit vilja ganga langt fyri at røkka serligum ynskjum.

OG UPPSETANALD H VIÐLÍKA

Lesast kann meira um uppsetan, máling og viðlíkahald í serligari vegleiðing til málaðan klædning á xlt.fo.

XLT.FO

Byggimarknaður, Timburhandil, Handverkarabúð Heykavegur 4 - 100 Tórshavn - Tel 350 500 - xlt@xlt.fo

Málaður klædningur  

Sparið tíð við málaðum klædningi

Read more
Read more
Similar to
Popular now
Just for you