Page 1

Ljóð í leiki tónleikaundirvísing í skúlatíðini


Ljóð í leiki Nú kunnu næmingar, ið ganga í 1. flokki í skúlanum við Løgmannabreyt, og sum hava áhuga fyri at fáa tónleikaundirvísing í skúlatíðini, velja Ljóð í leiki. Í høvuðsheitum er talan um blásiljóðføri sum floytu, saksofon og messing­ ljóðføri. Ljóð í leiki er eitt undirvísingarligt tónleikasamstarv millum Tórshavnar Musikkskúla, Tórshavnar kommunu og Skúlan við Løgmannabreyt. Tilboðið er skipað sum ein royndarverkætlan fyri skúlaárið 2019/20, men miðað verður eftir, at tað verður afturvendandi á hvørjum ári og sum frá líður í 1., 2. og 3. flokki.

Endamál Endamálið við verkætlanini er at bjóða børnum í Hoyvík eitt skúlatilboð, har ljóðføris- og tónleikaundirvísing í víðastu merking er sameind við vanligu frálæruna í fólkaskúlanum og á tann hátt dagligur partur av skúladegnum fyrstu skúlaárini. Gransking vísir, at í skúlum, har stórur dentur verður lagdur á at undirvísa í tónleiki, læra børnini skjótari og betur enn vanligt. Tey menna rørsluligu evnini, læra at hugsavna seg og stimbra á tann hátt evnini at læra. Hetta verður m.a. gjørt við ljóðførislæru, hoyrilæru og sangi. Harafturat menna tey í samspælinum við onnur evnini at lurta hvør eftir øðrum, og tey læra at hoyra og síggja í verki týdningin av at lyfta í felag og at spæla saman.

Ljóðføri Hesi blásiljóðføri verða í ár boðin næmingunum í 1. flokki: tvørfloyta saksofon trompet trombon Tað verða lærarar í Tórshavnar Musikkskúla, ið fara at undirvísa næmingunum. Ljóðførini útvegar Musikkskúlin.


Undirvísingarskipan Tónleikaundirvísingin er í skúlatíð og fylgir skúlaárinum. Tað merkir, at tónleikur er dagligur partur av skúladegnum. Leisturin er skipaður soleiðis, at tríggjar dagar um vikuna fer næmingurin eina løtu burtur frá vanliga flokstímanum til tónleikaundirvísing. einstaklingsundirvísing

eina ferð um vikuna í 30 minuttir

bólkasamanspæl

eina ferð um vikuna í 30 minuttir

hoyrilæra og ástøði (teori)

eina ferð um vikuna í 45 minuttir

orkestursamanspæl og framførsla

fýra verkætlanir um árið í 2. og 3. flokki. 1. flokkur tó tríggjar ferðir um árið

Tá ið næmingarnir fara í 4. flokk, stendur tað teimum í boði at halda fram í Tórshavnar Musikkskúla til vanliga undirvísing við sama ljóðføri.

Gjald Árliga gjaldið fyri tónleikaundirvísingina er 5.000 kr., sum verður goldið í tveimum árligum avdráttum.

Kunnandi fundur Foreldur og næmingar, ið hava meldað seg til hesa tónleikaundirvísing, verða boðin til kunnandi fund og eitt hugnaligt prát um Ljóð í leiki. Næmingarnir sleppa at royna ljóðførið, teir ætla at spæla uppá, fyri at vita, um tað nú er tað rætta ljóðførið, ella tað heldur skal vera eitt annað. Rytma og tað at skilja tónar og nótar verður eisini tikið upp á hesum fundi.


Profile for Rói Jacobsen

Ljóð í leiki  

Ljóð í leiki  

Profile for svl188
Advertisement