Page 1

SPROTIN 2016 ÓKEYPIS

KUNNINGAR HUGLEIÐINGAR UMRØÐUR

Jákup Reinert Hansen Mikkjal og fuglarnir

Sissal Kampmann Tá skorpan verður rykt av sárunum

Poul Guttesen

Kitty May Ellefsen

Søgan um at sprota – í tølum

Malan Háberg

Tað eru leiðir úr brennivínsdíkinum

TÁ IÐ VÁGURIN TRÚTNAR Í SÁRINUM

Skommin, skuldarkenslan og tann áhaldandi pínan

Steintór Rasmussen

Forsíðumynd: Úr bókini MARIUS OLSEN – PRENT 1980 – 2016


Mynd: Ólavur Frederiksen

Summar 2016 í Saksun – Gerið so væl. Vælkomin til blásikonsert, ímeðan eystfall er. Tøkk fái Dávur og øll tey, sum nú víðka okkum møguleikarnar og vísa okkum á potentialið í hesum øllum, sum flyta okkum mørkini og skapa okkum rárar fagnaðarstundir inni í gjáum sum á pollum.


TÁ IÐ TAÐ ÓHUGSAÐA STINGUR SEG UPP Hvussu langt er tað frá páskum til Havnar? Ta støddina megna vit ikki at máta. Hvussu langt er tað frá kópaveiði í Klæmintsgjógv til konsert í Klæm­intsgjógv? Tað ber til at máta nú, tí vit hava bæði punktini. Menn góvust við einum, og aðrir fóru undir annað í Klæmints­gjógv. Teir, ið slógu seinasta kópin, høvdu ongantíð hoyrt eina trombon. Trombonleikarin, sum breyt slóðina, hevur ongantíð knúst grúkin í einum nósa. Klæmintsgjógv er tann seigliga broytiligi pallurin um hetta skiftið, skapandi kraftin í menniskjum er rekmátturin, ið hevur flutt okkum henda margháttliga teinin. Hvussu langt er tað frá kyndilsmessuódnini til konsert á Pollinum í Saksun? Tað ber væl til at máta. Har er ein tíðarlinja. Tvey punkt at draga eina margháttliga rás ímillum, eina tíðarrás millum eina brølandi ódn og ein ljómandi sálm. Eina froysandi aldu, sum í illsinni goysti sandgrunnin inn í havnina og tipti hana – og horntónleik ein vakran summardag við orkestri og áhoyr­arum, sum stóðu bergtikin á sama sandi. Hugurin flytur okkum bita fyri bita – stundum ger hann eitt skarvslop – og tað ger, at einki stendur við óbroytt. Einki. Heldur ikki tað, ið tykist og sigst vera óbroytiligt. Men tað er so mangt, sum eitt ættarlið í tíðarhavinum við ávísum fortreytum ongan møguleika hevur at hugsa um. Í søgligum samanheingi eru ikki so mong ár liðin, síðan menn lógu og skjútsaðu prestar millum oyggjar við árabátum. Mangan mundu teir, ið sótu við árarnar, bíta mangt í seg. Trælir, sum mangan mundu hata tað, teir gjørdu. Men sama hvat teir hava hugsað, so hevur eingin teirra hugsað um at bora eitt hol undir sundið, sum teir strev­aðust útiá, so prestur turrskøddur kundi spáka sær millum kirkjurnar. Tað hevði verið líka stórt bragd, sum hevði Jesus spákað tvørtur um sund­­ið við prestinum í kneppinum. Vit síggja fyri okkum strevandi menn, sum ongantíð høvdu átt pening, tí peningur var ikki í landinum. At prestur nøkur ár seinni skuldi kunna seta seg í sín egna bil fyri eina hálva milli­ón krónur og koma sitandi til kirkj­urn­ar hinumegin sundið – tað kundi heldur ikki vera í teirra huga. Nú smírast vit og tosa um, nær vit fara at knýta lissurnar á skónum og spáka okkum til Hvalbiar. Hesar margháttligu broytingar í hugsan og møguleikum gera, at vit varnast, hvussu stutt inn í framtíðina vit kunnu skoða nú á døgum. Vit vita, at nýfikni, miðvíst arbeiði og tilvild saman flyta okkum. Hvagar? Tað ána vit í flestu førum ikki. Møguleikarnir liggja í teimum ótonktu tonkunum. Vit flyta okkum í einum heimi, sum eigur í sær møguleikan at broytast fullkomiliga av enn ótonktum tonkum. Men kunnu vit hugsa tankan og droyma møguleikan, verður okkurt burturúr fyrr ella seinni. Seinasti dreymurin hjá orðabókaportali Sprotans er at lata dyrnar upp millum kines­iskt og føroyskt. So kanska standa tær dyrnar upp á víðan vegg um nøkur ár. At hugsa tann møguleikan var ikki gamalt í Føroyum – men tíðin broytir alt, tøkniligu frambrotini broyta alt, – fer at lesa: – og áðrenn vit hava vent okkum verða hesin tekn at síggja á Sprotanum:g teldan og teldan fer at lesa: Góðan dag. Hvussu gongst? Jú, stak væl. Livst so spyrst. Hjartans tøkk fyri bókaárið, Orð og tónar og alt orðabókasamskiftið í 2016.

Jonhard Mikkelsen


Mynd: Erla Ziskasen / ORÐ OG TÓNAR 20. oktober 2016

TÁ IÐ VÁGURIN TRÚTNAR Í SÁRINUM HVØRT MENNISKJA KANN SIGA SÍNA SØGU. OG HVØR EINASTI DAGUR Í FØROYUM ER FYLTUR AV NÝGGJARI ORKU OG MØÐI. TAÐ ER ÁHUGAVERT AT SETA ORÐ Á GERANDISDAGIN OG LÝSA TAÐ SOSIALA LÍVIÐ HER Á LANDI, SUM VIT ØLL SO ELLA SO ERU PARTUR AV. HÓAST MENNISKJU TRÍVAST BEST SAMAN VIÐ ØÐRUM, SO ENDAR OKKARA LÍV OFTAST Í EINSEMI. OG VIT KUNNU SPYRJA, HVÍ SO ER. HAVA VIT SKILT UPPGÁVUNA SUM SAMFELAG, ELLA ERU VIT BARA OV UPPTIKIN AV OKKUM SJÁLVUM.

2 SPROTIN 2016


Steintór Rasmussen

DEYÐIN FER Í BINDIKLUBB – snuddir í tannárum vaksa til illkynjaðar svullir Tað er ein vanligan mikudag í november, at ein 42 ára gamal maður verður funnin dripin í einum gomlum húsum í Norðvík. Borðreiðast kann við tíðindum í heimsklassa, tá seks kvinnur hittast til bindiklubba­kvøld hjá Anitu, konu løgreglumannin, ið skal loysa óhugnaligu gátuna. Ein kenningur frá skúlatíðini og ungdómsárunum er myrd­ur. Vinkonurnar eru illa við av brotsgerðini. Men teimum kemur ikki til hugs, at tær sjálvar eru orsøk til stóra sálarpínu og eiga sín lut tí ræðuliga, sum nú hendir. Í Føroyum má lívið ganga sína dagligu gongd. Eisini tá deyð­in aftur er upp á spæl.

27800

Skaldsøga Útgivin í november Kápusnið: Jan Nystrøm Tekstur STEINTÓR RASMUSSEN Bók DEYÐIN FER Í BINDIKLUBB

T

að er, sum dualisman fylgir okkum úr vøggu og í grøv. Hvør dagur líkist eini tvístøðu. Vit skulu læra og vera tilvitað um alt. Um ta stóru eydnuna og teir ringastu ræðuleikarnar. Skilja heimin og lívið. Vit gleðast og stúra. Vit sleppa ikki undan at verða baktalað, argað, útskeldað, sligin og snýtt. Og kortini skulu vit vera erlig, góðvarin, hjálpsom, trúgvandi og kærleiksrík. Vit skilja illa nokk hvønn annan og gerast sjáldan klók uppá okkum sjálv, fyrr enn tað er vorðið ov seint. Dagurin kann vera lagnukendur, og tað góða lívið rindar eisini sín høga prís. Lívið er ein trupul avbjóðing og kortini so leikandi lætt. Tú kanst ivaleyst gera nógv rætt sum foreldur ella sum einstaklingur. Men um barna­garðar, skúlin, grannin og alt samfelagið ikki tekur veruliga ábyrgd, so er Guds vakra undur, menniskjan, dømd at miseydnast. Vit koma sjáldan nakran veg uttan eitt virðiligt samskifti. Lesarin skal helst kenna seg aftur í eini krimiskaldsøgu. Tí lati eg stýrandi hugs-

ISBN: 978-99972-1-217-7 Síður: 312

anir millum manna, uppaling og átrúnað vera týðandi part av søguni.

yvir. Hugsa allar snildir. Drepa. Og rættvísgera meg sjálvan.

Krimisøgan „Deyðin fer í bindiklubb“ er ein lýsing av føroyska samfelagnum og manna­ sálini, sum eg kenni hana. Sjálvur havi eg lagt meg eftir at lata søguna líkjast einum veruleika, sum fólk flest kenna her á landi. Hóast talan er um íspunnar hendingar í einum býi, sum eitur Norðvík, so vil tað vera øllum lesarum greitt, at staðsetingin kundi eins væl verið Klaksvík. Men Norðvík gevur mær frítt spæl at skipa býin og broyta staðið eftir egnum ynskjum. Sjálvur tilburðurin, morðgátan, fólkið og hugsanir hava í huganum í høvundanum stórt trúvirði, men finnast kortini ikki í veruleikanum. Søgan er um Føroyar í dag, hvussu vit umsita okkara land og liva gerandisdagin. Og sjálvur kann eg skapa mína egnu miðlafyritøku, seta nýggj virki á stovn ella innrætta egna matstovu. Liva eitt heiðurligt og borgarligt lív. Men eisini gerast bonskur. Lata øðina kóka

Eg haldi, at ein góð brotssøga í stóran mun skal avspegla fólk og samfelag. Hon skal finna niður í sálardýpið hjá tí einstaka og gjarna fara yvir øll vanlig mørk, hvat normal menniskju orka ella hava samvitsku at fremja í verki. Persónarnir skulu eftir mínum tykki líkjast tær og mær, ella hava ein samleika, sum nógv kenna seg aftur í. Kanska undantaksvís mordarin, sum kortini heldur ikki er stórt øðrvísi enn eitthvørt mannabarn, sum av eini ella aðrari orsøk er fylt av hatri og hevndarhugi. Men tað er heldur ikki øll dráp, sum stinga so djúpt. Tey kunnu koma úr næstan ongum. Og um alt Føroya land verða fólk úthongd og karaktermyrd hvønn Guds skapta dag. Av monnum og kvinnum. Men ivaleyst er rætt at siga, at deyðin eisini gongur í bindiklubb. ◼

SPROTIN 2016 3


Mikkjal sigur, at í 50’unum eru 199 fugla­sløg funnin í Føroyum. Sambært fuglafrøðingi eru nú 327 fuglasløg skrásett í Føroyum. Tann seinasti gesturin varð á fyrsta sinni ­sæddur dagin fyri, at henda útgávan av Mikkjalsa fugla­bók fór til prentingar. Tað var snípustelkur.

Undirvísingartilfar Útgivin í november Kápumynd: Úr tekningunum hjá Mikkjali ISBN: 978-99972-1-218-4 Síður: 276

49800 Skreytbók (broytt endurútgáva)

4 SPROTIN 2016


Tekstur Jákup Reinert Hansen, brot úr innganginum Bók Fuglabókin

MIKKJAL OG FUGLARNIR – stórverkið, ið Mikkjali ikki untist at fáa prentað, er nú veruleiki

L

ongu áðrenn Fuglabókin kom í 1951, var hon eitt stórt vónbrot fyri høvundan, sum ikki bara hevði skrivað allan tekstin, men eisini sjálvur átti allar tekningarnar í henni. Enn er til skjals brot úr brævaskifti millum Mikkjal og Christian Matras, sum frá bústaði sínum á Florensvej 3, København S, hevði samskifti við A. Rasmussens Bogtrykkeri, Ringkøbing, og við Mikkjal á Ryggi á bróstsjúkrahúsinum í Hoydølum.

tað taka langa tíð; men hugtikin av arbeiðinum gavst eg ikki, fyrr enn tað var gott. – Skal tað nú ikki koma fram í góðum prenti, so má eg siga, at óhent havi eg spilt mína tíð...

Hvat Mikkjal heldur, kemur til sjóndar í teimum fyrstu orðunum í hansara svari, sum er dagfest í Hoydølum 28-8-1950:

Tá ið Skúlabókagrunnurin skuldi endurprenta í 1978, og ætlanin var at bøta skaðan, vóru myndirnar ikki at finna. Hildið var, at tær vóru fyribeindar; men eftir at Jacobina, kona Mikkj­a ls, var deyð, komu myndirnar saman við øðrum óprentaðum tilfari undan kavi í kuffertinum, sum Mikkjal hevði havt hjá sær í Hoydølum.

Kæri Kristian! Satt at siga so dámdi mær ongantíð hasar prent­ aðu myndirnar til Dýralæra II, sum tú hevur sent mær. Eg kann geva teimum tað rós, at tær eru sera fínt og væl úr hondum greiddar. Men tær eru nógv ov smáar. Eg havi víst skúlamonn­ ­um tær, og teir siga tað sama sum eg havi meint: av hasum lítlu myndunum kunnu børn ikki – og heldur ikki vaksin fólk – kenna ein fugl sum tey fáa at síggja, ja summar fuglar entá ikki um tey hava teir í hondini ... Allir menn, sum hava hugt at mínum málaðu myndum, eru einmæltir í tí, at til eitt sovorðið verk má ikki hugsast um nakrar túsund krónur meir ella minni; eru ikki aðrir útvegir, so má løg­ tingið lata av einumhvørjum grunni til tað sum í restar. Hevði tú vita hvat ómak eg havi gjørt mær av hesum myndum – sitið við fuglinum á borðinum fyri mær, mált longdina á nevi, hálsi, bringu, baki, búki, veli, lørum og 3 táum, og so breidd­ ina á høvdi, hálsi, kroppi, ofta eisini á nevi og beinum, og so at blanda litirnar so teir skuldu svara væl til rætta litin, (stundum broyttust teir í tí teir tornaðu, og eg mátti so mála teir av nýggjum). Tá fuglarnir vóru stórflekkutir, sum likka ella lundi, var skjótt at mála; men vóru teir smáflekkutir, sum stari ella snípa, kundi

Í einum seinni brævi royndir Kristian at ugga Mikkjal: Myndirnar eru til aftaná, at bókin er útkomin, og tær eru ein minnisvarði, sum hann hevur sett sær.

Hvat kann ein nýggj útgáva av tí gomlu Fugla­ bók­ini, burtursæð frá at bøta um ein gamlan skaða og endurgeva fuglatekningarnar so vakurt, sum prentlistin nú er før fyri? Hví hevur tað týdning at fáa hana út til nýggj ættarlið? Fuglarnir koma ikki bara fyri í Fuglabókini, teir eru eisini í so nógvum øðrum, Mikkjal hevur skrivað: í greinum og stuttsøgum, í yrkingum, kvæðum og sálmum. Eftir hansara fatan eru teir ikki bara ein partur av tí føroysku náttúruni, men eisini ein ómetaliga týdningarmikil partur av føroyskum mentanarlívi. Tá ið hetta er hansara fatan, noyðist Fuglabókin eisini at vera eitt hugvísindaligt verk. Meira vanligur ein fuglur er, og størri týdning hann hevur havt í føroyskum vinnulívi, í pátrúgv og sum tiltak, tess meira ger Mikkjal burturúr. Yndisligari ein fuglur er, tess yndisligari eru eisini hansara søgur um hann. Málið er livandi, søgurnar vekja ans fyri fugli hjá tí, sum lesur, og so hugtakandi eru hansara eygleiðingar, at tað vóru hesar, skúlabørn lærdu seg uttanat og mintust fyri lívið. ◼

SPROTIN 2016 5


SPROTIN 2016

Tekstur Kitty May Ellefsen Bók Frá reyðvíni til maraton

TAÐ ERU LEIÐIR ÚR BRENNIVÍNSDÍKINUM Í okkara mentan er tað tabu at tosa um rúsdrekka. Tað ger, at tá ið fimti hvør maður ella tíggjunda hvør kvinna fær trupulleikar av rúsdrekka, hevur viðkomandi ikki dirvi at siga tað fyri nøkrum. Tað verður dult sum mansmorð, og alt verður gjørt fyri at krógva trupulleikan.

Bókin viðger eisini kropsliga heilsu, og hvussu Kitty May gjørdi, tá ið hon bygdi seg upp frá reyðvíni til maraton. Mynd: Mureldur

6 SPROTIN 2016


SPROTIN 2016

Kitty May Ellefsen

FRÁ REYÐVÍNI TIL MARATON – Kitty May brýtur tøgnina um alkoholismu Eg eri alkoholikari. Tað merkir, at drekki eg rúsdrekka, missi eg tamarhald á lívinum. Men eg havi fingið skynsemi aftur og livi í dag eitt betri lív enn nakrantíð. Hetta er ikki ein yrkisbók um a ­ lkoholismu, kropsliga heilsu ella sálar­ frøði. Eg eri hvørki rúsevnisserfrøðingur, lækni ella sálarfrøðingur. Hetta er ein persónlig søga. Hevur tú ongan áhuga í fyrsta parti, sum viðger rúsdrekka og mína tíð á botninum, kanst tú halda fram við øðrum parti. Annar partur viðger kropsliga heilsu, og hvussu eg gjørdi, tá ið eg bygdi meg upp frá reyðvíni til maraton.

19800

Triði partur snýr seg um, hvussu ein fær lívsbroytingar at gerast varandi broytingar.

Útgivin í november Kápumynd: Mureldur ISBN: 978-99972-1-220-7

T

Síður: 188

að verður eisini tikið illa upp, um tú spyrt onkran, hvussu nógv viðkomandi drekkur um vikuna. Tað gert tú bara ikki. Eg kann spyrja vinkonurnar, hvørja fyribyrging tær nýta fyri ikki at verða við barn. Men at spyrja, hvussu nógv tær drekka, er alt ov persónligt.

í mínum hugaheimi var tað eitt lív uttan alt tað góða. Men tað er ein lygn – tíbetur. Kanska er tað tí, at eg ynski at taka blaðið frá munninum og tosa um rúsdrekkatrupulleik­an, sum finst millum høg, lág, rík og fátøk í okkara samfelagi. Soleiðis var eisini hjá mær. Eg tosaði ikki við nakran um mína rúsAlmenna fatanin, at ein alkoholikari er ein drykkjumaður, sum drekkanýtslu, og eingin spurdi, hóast nógv óivað høvdu varnast, at situr á einum bonki í Steinatúni, er skeiv. Sannleikin er, at bara trý her ruggaði ikki alt rætt. Hóast eg ongantíð drakk, tá ið eg var til prosent av øllum teimum, sum eru bundin at rúsdrekka, sita niðri í arbeiðis, so varð eg altíð full, tá ið eg var í veitslu, ella tá ið vit høvdu Steinatúni ella ganga full runt í býnum. Øll hini 97 prosentini eru menniskju sum tú og eg. Menniskju, sum av eini gestir. ella aðrari orsøk eru komin soleiðis fyri, at tey Seinasta árið fór eg eisini at krógva víngløsini. eru vorðin bundin av rúsdrekka. Tey trý prosent­ Tey stóðu aftan fyri gardinurnar, aftan fyri útvarps­ Kitty May Ellefsen er djørv. ini, sum vit síggja vála full og skitin í býnum, eru tólið ella sjónvarpið. Tað seinasta goymistaðið var Hon himprast ikki við at kurvin við skitnum klæðum inni í vaskikjallara- leggja eina snáving, sum onn- hinvegin dømi um, hvussu galið tað kann ganga, um ein ikki steðgar skeivu gongdini, tá ein fyrst er num. Nú kann eg flenna at hesum, tí hvørjum leyg ur dylja sum mansmorð, fram komin soleiðis fyri, at ein er vorðin bundin at rúsog fjaldi eg sannleikan fyri? Fyri mær sjálvari. fyri fólk. Hon vil hava okkum Rúsdrekkatabu í okkara samfelagi er eisdrekka. at tosa um alkoholismu, og ini ein av orsøkunum til, at eg havi skrivað hesa hvussu slepst úr neyðini. Latið okkum ikki vera dømandi mótvegis teimum bókina. Tí hvussu kann nakað, sum fer at raka fimta hvønn mann og tíggjundu hvørja kvinnu, vera so torført at trimum prosentunum, sum sita á bonkunum. Í mínum hjarta er ein tosa um? Óivað er tað tí, at vit knýta rúsdrekka saman við stutt- eymleiki mótvegis hesum fólkum. Tey minna meg á, at hasa myrku leika. Vit drekka, tá ið vit hava tað stuttligt, vit drekka, tá vit taka síðuna havi eg eisini í mær. Eg eri eisini eitt menniskja, sum situr okkum av løttum, vit drekka, tá vit hátíðarhalda og halda okkum á á bonkinum uttan heim, arbeiði og familju. Soleiðis kann eg eisini gleimi. Fyrr dugdi eg ikki at ímynda mær eitt lív uttan rúsdrekka, tí enda, um eg ikki ansi mær hvønn dag. ◼

SPROTIN 2016 7


8 SPROTIN 2016


Tekstur Bárður Jákupsson Bók William Heinesen, myndlistamaður

TANN STUTT­LIGI WILLIAM Tá ið arbeitt varð við bókini um myndlistina hjá Williami, plagdi Bárður at siga okkum frá ymsum skemti­ligum smásøgum um William Heinesen og grannan Heðin Brú. Her eru nakrar.

E

g vaks upp uppi undir Varða í Havn sum granni hjá Williami Heinesen. Grannarnir høvdu trøð báðïr. Tað var vanligt í Havn, at tá ið børnini vóru komin undan, kundu grannar hava kúgv í felag, skiftust um at hava hana annað hvørt ár. Eitt skifti høvdu vit kúgv saman við Williami (tó, nú eg hugsi um tað, mundi tað neyvan vera William, men heldur konan Lisa, ið tók sær av kúnni). Eina ferð ein av synunum kom niðan til okkara eftir mjólk, segði pápi mín, at vit áttu mjólkina í teimum fremru boppunum, tey í teimum aftaru, men nú var eingin mjólk eftir í teimum aftaru boppunum, so hann var at fara til hús við ongum.

W

illiam var eitt vinsælt og gott menniskja, men hann ræddist illa sjúkur. Einaferð lógu vit øll við onkrari umfarssjúku. Hóast eisini illa fyri, royndi pápi sum frægast at hjúkla um okkum. William skuldi koma við medisini, men tordi ikki at nærkast húsunum. Eftir avtalu varð so tað stóra vindeygað í stovuni latið upp, og tað eydnaðist okkara góða granna at blaka medisinið inn á gólvið – málið var rættiliga langt, einar tríggjar fýra favnar. Framhald …

SPROTIN 2016 9


W

illiam teknaði altíð. Ein dagin sita hann og Fraser Eysturoy inni á Kondittarínum hjá Frants. Tá ið gjaldast skal fyri kaffimunnin, setir William seg at tekna ein peningaseðil. Har er andlitsmynd av Fraser á, Føroyar 5 kr, tekstur, ið boðar frá at hetta er lógligt gjaldoyra, undirskrivað WH. Kann hesin brúkast? – Nei, tað helt gentan ikki.

V

it minnast øll tíðina, tá ið læningin var ein samfelagstáttur, sum ikki komst uttan um, hon setti sín serliga dám á samskiftið manna millum. Hetta var tá ið einastu sambondini við umheimin, umframt postverkið, vóru telegrafurin, Tjaldrið og Drotningin. William var góður vertskapsmaður, sum so mangir aðrir havnarmenn, men mong góð løtan kom í vanda, tá ið tók at fjara. Jóhan Mortensen fortaldi mær, at einaferð eftir eina drúgva brúdleypsveitslu – hjá foreldrum Jóhans, Axel og Miu Mortensen – pikkaði á dyrnar, á trappuni stóð William í postjakkanum hjá vinmanninum Jákupi í Fútastovu ( Zahle, pápabeiggja Miu), og undir postkasjett. Av tí at William hevði minni høvd enn Jákup, hekk kasjettin niður um oyru og eygu. Hann rætti hátíðarliga fram eitt vakurt handskrivað og illuminerað skjal, við fleiri undirskriftum. Í eyðmjúkum vendingum verður heitt á móttakaran at læna teimum tvær fløskur „i veldædigt Øjemed“.

8000

8000

William-plakatir Í sambandi við bókina hava vit prentað tvær plakatir. Plakatirnar kunnu keypast á sprotin.fo og í bókabúð­ unum kring landið. Stødd: A4

10 SPROTIN 2016


Bárður Jákupsson

WILLIAM HEINESEN – ótemjandi hugflog, ein markleys skapanargleði og ein arbeiðshugur, sum fær okkum at undrast Hann teknar, málar við pastell- og oljuliti, klippir og límar. Tað ótamda hugflog­ið býður áskoðaranum á eina ferð úr trøllamyrkri teirra forn­ isku til pastoral lands­løg við skreytbúnum fuglum og vøkstr­um og alskyns skapningum í stórari livandi rørslu. Frá upphavsins tættbýldu túnum og reynanna grýtuta mosaikki stava myndevnini, – úr sagnanna og ævintýranna heimi, úr norrønu gudalæruni, úr Arkadia og Edens urtagarði. Íblásturin byggir á náttúrukenslu, sniðfundigt gamanslyndi,

Skreytbók

Úr bókini

spei, ramliga, ovfarakáta og ótamda lívsgleði og ein serligan fevnandi ans fyri tí ornamentala og skreytiliga. Tann ótroyttiligi listamaðurin er virkin langt upp í ellisár. Framleiðslan er

49800

ómátalig. Prýðilig ornament og mynstur í stílførdum greiðum formum og litum verða samansett í óteljandi kliptum vignettum, sum hann stórtøkin stroyir um seg. Hansara gróðrarmikli og sermerkti myndaheimur er okkum føroyingum stórt ríkidømi. Listabók Útgivin í juni Kápumynd: Marmennil, klipp 1976 ISBN: 978-99972-1-198-9 Síður: 316 Bókin er á føroyskum og enskum

SPROTIN 2016 11


Tekstur ANDRAS SÓLSTEIN Bók HEIMURIN HJÁ ANDY

UP IN THE COOL CLEAR AIR I FLY Á PALLIN TREIN HANSARA HÁTIGN JØRGIN DAHL KONGUR OG Í HØLUN­UM Á HONUM KOMU RIDDARARNIR AV TÍ RUNDA, TUNGA MELIDIØSA ROKKINUM SIR ARCHIE OG SIR HERI SAMAN VIÐ NØKRUM TRÚGVUM UNGUM ROCKSVEIN­UM.

Úr bókini

O

g vit, Andy og Olli stóðu har! Fremst við stóra pall. Stjórar, løgfrøðingar, arbeiðsmenn, fiskimenn, akademikar­ar og tónleikarar allir við nøkrum felagseyðkennum: farnir fram við 40 og hárið gránað og tynt. Vit, sum fyrr nýttu frítíðina at lurta eftir og spæla rock, men sum í dag fáa tíðina at ganga við at sláa grasplen, leggja flísar og standa einsamall­ir úti á trappuni og roykja. Vit høvdu funnið saman aftur. Vit sum allir vóru vaccineraðir við eini tandberg plátuspælaranál og frá tí tíðini, tá menn vóru menn og ein Bullworker var ein hóttan móti frisuruni (tá hárið kom í millum fjaðrarnar). Tá rom bleiv blandað við cola frá einari Sodastream maskinu, tá Rabalderstræde var mest spælda lag í juke-boxini í Ullebar. Vit stóðu har saman við fleiri túsund øðrum fólkum. Straight Ahead legði fyri við Jungle. Tit, sum hava rocksøguna upp á pláss, vita, hvat eg tosi um, tá eg sigi Jungle, tit sum ongantíð hava hoyrt tað fyrr, gloym tað, og fyri tykkum sum hava gloymt ella fortrongt fortíðina, tá tit fingu hús, bil, børn og kýska konu, gott arbeiði og egið kontór, so kann eg uppfríska minnið og siga, at Jungle er á Lp’ini Out of the Blue, hin við tí stóra flúgvandi tallerkinum á permuni, ein varði í rocksøguni. So komu hittini bóltandi. Heading for Disaster, Tú veitst, Vit fara út nú, Well Alright, Komið øll við; og vit stóðu Veðrabundn­ir. Tað stóðu nakrar ungar gentur skamt frá okkum, gentur sum eru uppfløskaðar við tónleiki frá MP3-arum og fløgum, og onkur av okkum var eitt sindur afturhaldandi, serliga vinmenninir Olli og Polli, sum ætlaðu at scora, men Straight Ahead spældi brynjuna av okkum, vit góvust at halda búkin inni og byrjaðu bara at drekka og skrála sansaleyst. „For helviti er tað satt, Andy,“ ýldi ein undir liðini á mær.“Kanst tú ikki klípa meg, er hetta ikki bara ein dreymur. Gev mær ein smakk av ølini, Up in the cool clear air I fly,“ skrálaði

12 SPROTIN 2016


Andras Sólstein

HEIMURIN HJÁ ANDY – um truplu skiftisárini frá frælsum rockara til borgarligan hampamann Øll konufólkini rikin á dyr, matrikkulin lýstur 100% østrogenfríur, ølirnar knappaðar upp, og volumu­ knappurin í ein beinan eystan.

NOSTALGISK MINNISBROT OG HUGLEIÐINGAR

19800

Útgivin í november Kápusnið: Sonja Kjølbro ISBN: 978-99972-1-223-8 Síður: 154

hann, og áðrenn eg kláraði at siga Hare Krishna, hevði hann tømt ølina. Jørgin Dahl kom á sinni sum eitt grótomanlop av Vágs­heygn­­um og legði saman við bólkinum Straight Ahead, rock grundarsteinin í Klaksvík tíðliga í 70’árunum og fekk øll hini rockorkestrini í Føroyum at ljóða sum Skopunarsystr­arnar. Fyrstu ferð, eg upplivdi Straight Ahead, var eitt kvøldið eg var farin oman í kioskina hjá Hans at keypa mær eitt Sølvpil. Tá sá eg nakrar síðhærdar unglingar bera instrument inn í biografsalin, og seinri segði onkur fyri mær, at tað var orkestrið Straigh Ahead, og tveir av teimum kendi eg. Ein búði beint niðanfyri hjá okkum, og ein hevði eg sæð mussað eina gentu beint omanfyri hjá okkum, so tað var heilt natúrligt at eg bleiv Straight Ahead fjeppari. Hetta góða summarfestivalkvøldið, tá eg varð skræddur sundur ímillum fortíð og nútíð, byrjaði annars við upphiting úti hjá mær sjálvum. Eftir at hava rikið øll konufólk á dyr og lýst matrikkulin 100% østrogenfrían, knappað ølirnar upp, hálað tundurproppin av einari Lagavullin, givið øllum plátunum ein umgang við plátureins, knappurin til 45 akt­iv­eraður og volumuknappin í ein beinan eystan, byrjaðu vit við skránni hjá Straight Ahead (høvdu fingið settlistan frá Hera). Tað var gott og fløvandi at hoyra. Eitt, sum tó lá í høvdinum,

var, um Straight Ahead megnaði eina afturkomu. Teir gjørdu tað í 1989, til stóru konsertina „aftur í 70ini“ í KÍ høllini (okkara Woodstock), men megna teir tað aftur aftur til summarfestivalin? Jú, tað kláraðu teir. Presist spæl, stórfingið sving, sligið upp á pláss av Høgna Klakkstein (halt kjaft, sum hann er góður) og góð kemi. Hóast eitt sindur friðarligir á pallinum, so rigg­aði tað eisini, tá Sir Archi dró sítt Fender bass-svørð fram á palltromina og fór í hólmgongu við Mikkjal Hvanna­stein, besta rockguitarist, eg havi hoyrt leingi. Og allir sóu út til at njóta tað. Tað gjørdu vit eisini. Og tað var gott. Stórbært. Ríkt. Og so, alt ov knappliga, alt ov skjótt, alt ov tíðliga var tað liðugt! Straight Ahead takkaði fyri seg! Vit takka eisini fyri okkum. Vit bukka knøini, og vit drýpa høvur niður í ævinligum takksemi og takklæti fyri, at tað untist okkum enn einaferð at hoyra Straight Ahead. Takk, Andy has left the building. ◼

SPROTIN 2016 13


SPROTIN 2016

Tekstur JONHARD MIKKELSEN Bók STJØRNUSTUNDIR Í SKUGGA

SAMLJÓÐ OG AGG BERJAST UM SÁLINA Ellivu ára gamli Terji býr í stórum prýðiligum húsum í Havn saman við foreldrum, systur og arbeiðskonum. Hetta er í fimmtiárunum. Pápin er høgt virdur embætismaður, sum hevur verið við til at taka eina avgerð, ið ikki hóvar øllum, og tað hevnir seg aftur á alt húskið – ikki minst børnini.

Í

sínum einfeldi er søgan um sannan alsk til eini gomul bóndahús á bygd og menniskjuni, ið har búgva – og andstygd fyri einum embætismannahúsum í Havn, haðan kærleikin er rikin á dyr. Hon er um samljóð ímillum summi menniskju og hatur ímillum onnur. Og eitt barn, sum er sett ímillum hesar partar. Ein brotsskaldsøga krevur, at tú sleppur inn í søguna beinanvegin – tú mást krøkja lesaran beinanvegin og skapa tað forvitni og ta framrák, sum krevst. Onnur fiksjón er ikki so bundin av tí uppskriftini. Als ikki. Tá ið eg fekk hetta handritið frá Høgna, las eg leingi eina stilla lovprísan av tí lívi, ið liv­að varð úti á bygd í í fimmti- og sekstiár­unum. Hetta seigliga deiliga stevið, har eingin leikaði í og garteraði, alt hevði sín fasta, javna hjartaslátt. Og eg hugsaði: hetta gongur ikki. Slíkt lesur eingin um longur. Her er friður og sátt. Dagarnir líkjast og verða stýrdir av veðrinum og skyldunum og røktini. Her er ein smádrongur, sum stórtrívist

14 SPROTIN 2016

við at ganga á seiðaberg, hoyggja, fara út við kúnni, nýtur høsnagák í kjallaranum og drynjið frá neytunum í kjallaranum um morgnarnar. Nýtur at koma upp um morgnarnar og inn í køkin til ommuna. Trygt, fjálgt og deiligt. Hetta er sálarfriður, gott hjartaligt vinalag, góður hjartasláttur í bygdini. Men eingin spenningur. Hetta kann ikki fara at verða ein skaldsøga, men heldur ein fólkalívslýsing fyri stívliga hálvari øld síðan. Men tað er tað ikki. Hetta er ein væl skrivað skaldsøga, sum við drúgvum inngangi letur okkum skilja, at smádrongurin trívst her og sigur okkum seinni væl og virðiliga, hví hann lovprísar hesi hvíld. Fyrsti kapittulin byrjar við, at smá­drong­ urin er umborð á mjólkarbátinum á veg út á bygd – hann leggur Havnina og ein gerandisdag aftur um seg. At hann gleðir seg so ómtaliga nógv at sleppa út úr Havnini, sigur okkum óbeinleiðis, at har trívist hann ikki. Hann rýmir undan onkrum. Kapittulin endar við, at sami drongur stevnir í sama báti aftur til Havnar.


SPROTIN 2016

Høgni Debes Joensen

STJØRNUSTUNDIR Í SKUGGA – barnið, ið kennir pínuna av hjúnaskilnaði Foreldrini fara frá hvør øðrum, og gongdin er hatsk og pínufull. Ringi hýrurin innanveggja órógvar sálarfriðin hjá børnunum. Griðstaðurin er hjá góðsligu ommuni úti á bygd. Har valdar friður og ein einfaldur gerandisdagur. Húsini bæði eru karmar um ta sálarligu órógv og ta rógv, sum skaldsøgan lýsir. Skaldsøga Útgivin í september Kápusnið: Edward Fuglø ISBN: 978-99972-1-208-5 Síður: 230

Frítíðin er av, summarið er liðugt á hesum sinni, og tá ið hann stígur fótin á land í Havnini byrjar søgan, tann parturin, sum er grundin til, at hann hevur dyrkað bygdina. Nú fara vit undir at byggja spenningin upp. Tað legst ein skuggi á glaða dreingin frá teirri løtu, hann fer upp á keiina. Móttøkan heima er kaldlig, hann fer upp á kamarið og hatar húsini og Havnina – og hann grætur. Hann er aftur í teimum stóru prýðiligu embætismannahúsum í Havn saman við foreldrum, systur og arbeiðskonum. Men har trívst hann ikki. Pápin er høgt virdur embætismaður, sum hevur verið við til at taka eina avgerð, ið ikki hóvar øllum, og tað hevnir seg aftur á alt húskið. Dreingirnir eru farnir at kalla henda smádreingin fyri landasvíkjara – og

24800

tað ger, at hann heldur seg undan sum mest og flýggjar inn í bøkur. Hann verður styggur og hættar sær illa millum dreingirnar, sum síðan kalla hann bæði eitt og annað. Hann verður happaður Og so rekja vit ta søguna upp – hví var mamman so fjar og køld, tá ið hann kom aftur? Hví var huglagið heima hjá teimum so ringt? Hví var pápin so illur í sær? Og sum í einari og hvørjari góðari skaldsøgu skrúva vit spenningin upp – konfliktin millum foreldrini, sum skulu skiljast, verður lýst, so hon pínir – loyndarmál millum foreldrini verða avdúkað. Pápin hevur fingið sær frillu í Danmørk. Tað frættir mamman. Foreldrini fara frá hvør øðrum – og gongdin fram ímóti skilnaðinum er long, hatsk og pínufull. Vaks­andi agg og ringur hýrur innanhýsis órógva sálarfriðin

hjá børnunum. Annað læsir umheimin av og fer inn í bøkur – hitt livir sítt lív úti hjá vinkonum og er sum minst við hús. Pínan, vit sita við, er, at drongurin pínist av, at foreldrini skiljast, hann hevur hoyrt pápan siga í illsinni, at hann hevði ynskt, at børnini vóru ongantíð fødd og hann verður happaður bæði úti á gøtuni og í skúlanum. Hesin parturin av bókini er ein intens skaldsøga við nógvum spenningum og nógvur sálarfrøðiligum innliti í menniskjalig sambond. Og bókin skiftir nakrar ferðir ímillum hesar pallar – millum tað trygga og ófriðin í sálini, millum bygd og bý, og endar í óvissu – á veg umborð á eitt annað størri skip, sum stevnir út í annað land, har mamman hevur funnið sær ein elskara. Helst sum aftursvar fyri tað, henni hevur verið fyri. ◼

SPROTIN 2016 15


Mynd: Hugin Eide

Katrin hevur skrivað søgur, sum innihald­sliga víkja frá øllum, sum annars er skrivað á føroyskum.


Katrin Ottarsdóttir

AFTANÁRÐENN – skeiklaðar, hugkloyvdar og perverteraðar sálir á sjaldsomum pallum

Tá ið forleggjarin hevði lisið handritið, skrivaði hann til Katrina: Hey Katrin Hetta var eitt sjaldsamt stuttsøgu­savn. Evnisliga sjaldsamt. Málsliga greitt. Men søgurnar eru á sín egna, løgna, sýraða hátt hugfang­ andi. Mestsum alt tykist sinniskloyvt, allar relasjónir millum persónarnar eru kiksaðar og tvíbýtt­­ar, hugkloyvdar og perv­ ersar og løgnar. Men júst tað ger tær sjálvandi áhugaverdar. Løgnu speglingarnar, løgna framrákið og undarligu loysnirnar fanga hugin. Ólukkudýr og kiksaðar lagnur. Eingin loysn og reinskan í teimum flestu, tí ber ikki til at lesa savnið í einum. Tað skapar ov nógv óreinskað grugg í heilanum. Umhvørvið við stórbýum, helst útryðjum, døkkum, skitnum skotum, endurtøkan av tokum aftur og fram, serligum ljósi, áminningarnar um „sum í einum filmi“ sum effektum m.a. er lítið og einki lýst í okkar bókmentum fyrr. Eisini tað eggjar og er áhugavert. Lagnurnar, útskotini, horurnar og onnur ólukkudýr saman við øðrum sálarliga illa sperd­­um karakterum gera lesnaðin tungan – Her eru eingi „5-minute-reliefs“ nakrastaðni, ilt at sleppa upp at anda. Verður bókin lisin søgu fyri søgu við løtum ímillum, er hon áhugaverd. Út í eitt, er hon køvandi og kvalandi. Tað gjørdi eg fyrst og mundi druknað. Men fór síðan bita fyri bita ígjøgnum hana aftur og dámdi hana.

19800

Seinni spurdi forleggjarin Katrina: Kanst tú skriva mær, hví karkakt­erirnir í tínum stuttsøgum eru, sum teir eru?

Og svarið var hetta: Søgurnar í hesum savninum eru á sín løgna og sýraða hátt hugfangandi. Innihaldsliga víkja tær frá øllum, sum annars er skrivað á føroyskum. Mestsum alt tykist sinniskloyvt, øll sambond millum persónarnar eru skeiklað og tvíbýtt, hugkloyvd og perv­ erterað og løgin. Júst tað ger søgurnar áhugaverdar. Tær løgnu speglingarnar, tað løgna framrákið og tær undarligu loysnirnar fanga hugin. Syndarligar lagnur, útskot, horur og onnur ólukkudýr saman við øðrum sálarliga illa sperdum karakterum erta nýfiknið. Umhvørvið við stórbýum, helst útryðjum, døkkum, skitnum skotum, serligum ljósi og endurtøku av tok­um, sum bróta seg larmandi inn og út úr myndini, er ikki lýst í okkara bókmentum fyrr.

Spurningurin er, um tað er rætt at seta høvundanum henda spurningin. Eg meini   tað stutta svarið er, at persónarnir eru, sum teir eru, tí teir eru, sum teir eru. Eg fái eitt hugskot, so skrivi eg og viti, um tað riggar, og riggar tað, so haldi eg fram. Intuisjónin ræður, eg havi ongar tilvitaðir tankar um, hvat persónarnir skulu umboða ella lýsa ella whatever. Við orðunum hjá Stravinskij (uttan samanbering annars): „I’m a doer, not a thinker“. Eg giti, at tú spyrt, hví persónarnir eru so „løgnir“ ella „ónormalir“ í tí teir hugsa, siga og gera, men tað eru teir ikki í mínum huga – og eg ræðist teir ið hvussu so er ikki. Mín radari er rætt og slætt innstill­aður upp á tey, sum standa uttanfyri og ikki passa inn, ella ikki sjálv halda seg passa inn. Og somuleiðis viðurskifti millum menniskju, har samskiftið og samveran eru av lagi. Um tað so er, tí eg sjálv eri ónormal og løgin, veit eg ikki,

Stuttsøgur

men ivaleyst hevur hetta onkrar røtur í mínum barndómi og

Útgivin í september

uppvøkstri, har støð­an sjáldan var normal, tað ónormala var

Kápusnið: Hugin Eide

tað normala tað mesta av tíðini, sjálvt tá hon var normal, lá

ISBN: 978-99972-1-214-6 Síður: 184

tað ónormala alla tíðina til reiðar at taka yvir aftur.

SPROTIN 2016 17


Sjáldan eru bøkurnar úr Álandi, ­Íslandi, Hebridunum ella øðr­ um smá­tjóðum, sum á mangan hátt kunna metast javnt við Føroyar. Tað merkir, at nógv av tí, vit seta í verk í Føroyum, eru niðurskaleraðar skipanir, tiknar frá stórsamfeløgum.

BØKUR BYGGJA LAND Tekstur HELGI RASMUSSEN Bók FINN TEG Í ORGANISASJÓNINI

18 SPROTIN 2016

Mynd: Mureldur

… og nú er tíðin búgvin til, at vit fara inn á fakøkini við føroyskum


T

íðir broytast. Tað, tosað hevur verið um í áratíggjur, gerst veruleiki ein dag. Meðan vit bíða, verður sagt, tað hendir púrt einki, tað nyttir einki, eingin lurtar. Álit verða skrivað. Álit verða viðgjørd og enda so í eini skuffu. Nýggj álit verða skrivað, verða viðgjørd og enda í eini skuffu. Árini ganga. So fer okkurt at henda. Tað er, sum tá ið hol kemur á eina byrging. Fyrst rennur spakuliga, so skjótari og eftir skamma stund brestur byrgingin, og vatnið fossar út. Hetta er nakað av tí, sum eg haldi er um at henda innan fakbókaheimin í Føroyum. Ikki tí, at eg veit tað, men eg havi varhugan av, at fleiri og fleiri føroyingar við akademiskari útbúgving hætta sær undir at skriva bøkur úr tí heimi, vit liva í í gerandisdegnum. Bøkur um fiskivinnu, bøkur um viðurskifti við hini londini í kongsríkinum. Bøkur um sálarfrøði. Bøkur um sosiologi og etnologi. Bøkur um organisasjón. Bøkur um leiðslu. Tað tykist, sum flyta vit okkum fram móti eini fatan, sum sigur: Vit kunnu, vit duga, og vit vilja. Innan fyri tað almenna síggja vit heilt ítøkilig tiltøk, sum vísa fram ímóti at menna áhugan fyri at skriva føroyskar fak-/undirvísing­arbøkur. Nám hevur júst sagt, at vit skulu hava føroyskt undirvísingartilfar, sum ongantið er eldri enn 10 ár. Onkur sigur, tað fer ongantíð at henda, men eg ivist ikki í, at tað fer at henda. Higartil er tað mesta, vit hava tilognað okkum av lærdómi, komið úr Danmark. Vit hava lisið danskar bøkur og bøkur umsettar til danskt. Ofta koma tær bøkurnar frá stórum samfeløgum sum USA, Onglandi, Týsklandi, Italiu og so framvegis. Sjáldan eru bøkurnar úr Álandi, Íslandi, Hebridunum ella øðrum smátjóðum, sum á mangan hátt kunna metast javnt við Føroyar. Tað merkir, at nógv av tí, vit seta í verk í Føroyum, eru niðurskaleraðar skipanir, tiknar frá stórsamfeløgum – serliga Danmark – og tí gerast tey ósmidlig og virka illa.

34800

Helgi Rasmussen

FINN TEG Í ORGANISASJÓNINI – hvat hendir innan í fólkum og ímillum fólk, tá ið tey samstarva Henda bók er ætlað teimum, sum royna at skilja tað, sum hendir innan í teimum sjálvum og ímillum fólk, tá ið tey samstarva. Sum vilja skilja fjølbroytnið í mongu løgunum í sosialum

Hvør kann orsøkin vera til, at vit fara at skriva fakbøkur? Jú, fleiri og fleiri granska. Akademikarar skriva Ph.d.-ritgerðir. Tað merkir, at tey í royndum hava skrivað eina bók lidna. Heldur enn at lata ritgerðina hvørva í gloymskunnar havi, umskriva tey ritgerðina til eina bók, sum er lesandi fyri vanlig fólk, hóast bókin framvegis heldur sítt høga fakliga stig. At akademikarar gerast alt fleiri ger sjálvandi, at spenningsfeltið verður størri og sannlíkindini fyri, at onkur av hesum eru skrivandi fólk, økist. Tað merkir so, at bøkur fara at koma frá hesum fólkum.

skipanum – bæði tá ið ræður um til­vitsku og ótilvitsku. Atlitini eru so mong, tá ið arbeitt verður við sosialum skipanum, og tað, sum ber ávøkstur, sætt úr einum sjónarhorni, kann vera høpisleyst, sætt úr einum øðrum. Serliga undranarverd eru evnini, sum skipanir sjálvar hava at finna leið, sum áttu tær íborin evni at bøta seg sjálvar. Bókin er íblástur til lesarar, sum hava áhuga í felagsskapum, bólkum, leiðslum og einstaklingum og kreftunum, sum stýra

Tað seinasta, eg havi hug at nevna, er, at okkara ungdómur er farin at lata heimin upp. Summi lesa í Polen, onnur lesa í Kina, nógv lesa í Onglandi. Vit lesa um allan knøttin. Tað merkir, at vit verða loyst úr teimum donsku vitanarleinkjunum, vit hava verið bundin í. Vit hava gjørt okkum fræls á tí akademiska økinum, og vit vísa okkara frælsi við at skriva bøkur. ◼

teimum. Fakbók Útgivin í september Kápusnið: Martin Joensen ISBN: 978-99972-1-210-8 Síður: 220

SPROTIN 2016 19


SPROTIN 2016

Tekstur POUL F. GUTTESEN Hagtøl GALLUP FØROYAR

SØGAN UM AT SPROTA – Í TØLUM Í farnum tíðum vóru tungumál, teirra uppruni og deyði, tongd at kirkjuni, svørðinum og bókini. Men eg haldi, at í okkara talgildu øld verður tað knappaborðið, skíggin og alnetið, ið fara at gera av, hvussu málsliga margfeldið hjá mannaættini fer at laga seg (Mark Turin, 2016)

U

m sagnorðið at sprota sigur talgilda móðurmálsorðabókin: „at nýta talgildar orðabøkur á orðabókaportalinum Sprotanum, eg sprotaði tað úr donskum til føroysk.“ Á enskum er púra vanligt at knoða navnorð til sagnorð. Í enskttalandi londum hendir tað seg eisini, at navnið á einari fyritøku verður brúkt um ein ávísan lut ella ávísa gerð. Tá ið bretar dustsúgva, siga teir „to hoover;“ amerikanar rópa ein serviet „kleenex,“ og um allan heim verður „googlað,“ tá ið okkurt skal finnast á alnetinum. Í Føroyum er tó heilt óvanligt at gera sagnorð úr navnorðum. Og hjá okkum er ein fyritøka ein fyritøka. Punktum. Alt annað er óhoyrt. Og so fóru føroyskir miðnámsskúlanæmingar kortini upp á barrikadurnar á vetri 2015 at stríðast fyri sínum rætti at sprota ókeypis. Tá hevði sagnorðið longu fest seg, at sprota er at leita á orðabókaportalinum hjá Sprotanum. Punkt­um. Soleiðis er tað. At orðabókaportalurin hjá Sprotanum skuldi gerast ein so stór suksé, var ikki nøkur sjálvfylgja. Áðrenn Mentamálaráðið keypti sítt fyrsta hald í 2011, so at allir skúlanæmingar í Føroyum kundu brúka netorðaportalin, gingu fleiri ár við íløgum í milliónaklassanum og miseydnaðum royndum, ið vóru um at kollrenna alla verkætlanina. Men tað, ið helt skútini á kós ígjøgnum teir stormarnar, var ein vilji, ið ikki kundi vendast. Hetta skuldi rigga, tí hetta snúði seg um talgildu framtíðina hjá móðurmálinum. Men at enda riggaði. Og tað við lít. Eftir ymsar royndir, t.d. við eini orðabókafløgu, ið ikki riggaði so væl, lanseraði Sprotin fyrstu útgávuna av orðabókaportalinum soleiðis, sum vit kenna hann í dag, í 2010. Orða­ bóka­g runnurin, hvørs talgilda orðabók heldur ikki hevði riggað so væl, komi eisini við í samstarvið. Sum tíðin er liðin, hava fleiri aðrir partar lagt sínar orðabøkur afturat, so nú eru tær 16 at leita í.

20 SPROTIN 2016


FØ FØ

FØ EN

EN FØ

FØ DA

OFTAST LEITAÐ ORÐ 1

DA FØ

DA FØ

FØ TÝ

TÝ FØ

vera

2

síggja

3

fáa

4

biðja

5 forhold 6

fara

7 dóttir 8 maður

FØ SP

SP FØ

FØ IT

9 lata

RU FØ

10 sigla

MEST BRÚKTU ORÐABØKUR

NAVN

YRK

SAM

TILT

1

FØ–FØ

2

DA–FØ

3

EN–FØ

4

FØ–EN

5

FØ–DA

6

DA–FØ (obg)

7

TÝ–FØ

8

FØ–TÝ

9 SP–FØ 10 FØ–SP

Nú er tað vorðið so sjálvsagt at leita sær inn á orðabókaport­ alin at finna týdningin av einum orði, at tryggja sær, hvussu eitt annað skal stavast, og at vita, hvussu eitt triðja skal bend­ ast, at navnið á einum forlagi er vorðið mýkt og toygt til eitt sagnorð, at sprota. Og hagtølini siga eisini sína egnu søgu um fyribrigdið at sprota. Byrjanin var eitt sindur spøk. Í 2010 vóru tað 1.000-2.000 orða­nørdar, ið leitaðu sær nakrar fáar ferðir inn á heimasíðuna hjá Sprotanum um vikuna. Tað er nú ikki einki, men tað er einki ímóti tí, ið skuldi koma. Eftir at næmingar og lesandi høvdu fingið atgongd til skipan­ina, fór okkurt at henda. Í 2013 tvífaldaðist brúk­­ara­ talið, og onkuntíð vóru eini 10.000 brúkarar, ið leitaðu sær inn á Sprotan um vikuna. Síðan tá hava árs­­yvir­litini yvir vitjandi á Sprotanum líkst einum streym­­korti – tølini alda á ein ávísan hátt ár eftir ár. Tað, sum av­ger aldudalarnar og -kambarnar, er skúlaárið: Nógv virk­semi, tá ið næmingar og lesandi kýta seg við lestri, og so serliga tær vikurnar, tá ið tey fara til roynd. Tá ið ársroyndirnar vóru í vár, sprot­ aðu næmingar upp í 400 ferðir um sekundið! Lægdirnar eru frítíðirnar, tann stóra um summarið, og so eina ferð um heystið, á jólum og á páskum. Soleiðis hevur mynstrið verið síðani 2013 og er tað enn. SÍ TALVU 1.

Eingin eirindaleys lagna avger framtíðina hjá okkara tungumáli. Nei, tað er viljin hjá okkum, ið eiga tungurnar, ið evna serstøku ljóðini og binda tey saman í okkara móður­ mál, sum er avgerandi. TALVA 1 Ársmynstur

40000

2015

30000

2014

20000 2013

10000

0

'jan

'feb

'mar

'apr

'mai

'jun

'jul

'aug

'sep

'okt

'nov

'des

SPROTIN 2016 21


SPROTIN 2016

❞ Málið fer altíð at broytast, men um vit vilja tað, eigur okkara móður­ mál eina ­bjarta framtíð. Og sum vit vita, tá vit hyggja eftir bretsku útoyggjunum, er ­lagnan hjá einari mentan og einum samfelag nær tongd at málinum. Í tí stríðnum er avgerandi at menna tólini, ið skulu brúkast at møta avbjóðingunum. TALVA 2 Brúkarar í viku 31 (svart) og 36 (blátt)

20000

15000

Vika 36 (um heystið)

10000

Vika 31 (um summarið)

5000

0

2011

2012

2013

2014

2015

2016

Aldandi ársyvirlitini yvir ferðsluna á sprotin.fo siga frá, hvussu orða­bókaportalur Sprotans er vorðin eitt grundleggjandi námsfrøðiligt tól hjá lærarum, næmingum og lesandi, ið nema sær kunnleika, førleikar og vísdóm. Men tølini siga eisini nógv meir. Hyggja vit at aldudalunum, tá ið skúlastovurnar eru tómar, sæst ein broyting gjøgnum árini. Er tað nakar, ið sprotar á hásumri? t.d. í mánaðarskiftinum juli-august, tá nógv hava slept línuni, hamar­in­u m, penninum og knappaborðinum, og eru farin at ferðast, hampa sær húsini ella bara hvíla seg? Jú, sjálvt í lakastu orðtíð leitaðu gott 2.800 brúkarar seg inn á talgilda orðamiðið í 2014. Í 2015 tvífaldaðist talið og í ár leitaðu eini 9.300 brúkarar eftir orðum á hásumri. Tað sama mynstrið sæst eisini í heyst-, jóla- og páskasteðg­u num. Brúk­a rarnir fækkast nógv, tá ið næmingar og lesandi sløkkja telduna og taka sær av løttum. Men vøksturin sjálvt í hesum slaku tíðarskeiðinum veksur kortini nógv ár undan ári. Hesi seinastu tvey-trý árini eru brúkararnir, ið ikki eru beinleiðis tongdir at skúla og lestri, fleirfaldaðir. Tað merkir óivað, at tey, ið arbeiða við málinum hvønn dag, tá tey skulu skriva ein t-post, fyrireika eina framløgu, fáa eina rapport frá hondini o.s.fr., hava tikið talgildu orðabøkurnar til sín. SÍ TALVU 2 (um summarið).

Stóri vøksturin sæst eisini, tá ið flest draga sína talgildu línu á netorðagrunninum. Tá inn er komið í september, eru motorarnir settir á fult trýst bæði í skúlum og í virkseminum í samfelagnum annars. Og tølini vísa, at tað at brúka málið rætt gerst ein natúrligur partur av virkseminum hjá fleiri og fleiri fólkum. Í 2014 leitaðu umleið 7.600 brúkarar sær inn á síður Sprotans fyrst í september. Um sama mundi í 2015 vóru tey 5.000 fleiri, og í ár vóru tey knapt 19.000. Hetta er ein ótrúligur vøkstur. Eftir tveimum árum er talið á teimum, ið leita eftir orðum – hvat tey merkja, hvussu tey stavast, og hvussu tey bend­ast – meira enn tvífaldað.

22 SPROTIN 2016


SPROTIN 2016

Hagtøl GALLUP FØROYAR

20 12

2011

TALVA 3 Nýtsla frá 2011 til 2015

2010

Nýggj orðabókaskipan á sprotin.fo. (5 bøkur)

2011

OBG og Sprotin fara undir samstarv, so at allar føroyskar orðabøkur liggja í somu skipan. (10 bøkur)

2011

Á sumri keypir Mentamálaráðið hald til allar føroyskar skúlar. (10 orðabøkur)

2012

Skipanin verður endurskoðað. Applikatiónin, bendingarmynstur o.a. kemur við. (12 bøkur)

2013

Orðabøkurnar ala fram eitt nýtt sagnorð, at sprota. (13 bøkur)

2015

Føroya Kommunufelag og Mentamálaráðið keypa hald, so at øll í heiminum kunnu brúka føroyskar orðabøkur. (15 bøkur)

3

201

2015

14 20

2016

Longu nú vita vit, at hagtølini fyri 2016 fara at sláa øll met. Vit sprota sum ongantíð fyrr!

Og nú eru tey fleiri, ið forvitnast um orðini í slakastu orðtíð, enn tá ið flest leitaðu fyri tveimum árum síðan. Og tey leita sær inn á netorðabøkurn­ar fleiri dagar um vikuna, fleiri ferðir um dagin, og tey hyggja eftir eini ørgrynnu av orðum. SÍ TALVU 2 (um heystið). Hesi tøl siga okkum, at føroyingar sprota alsamt meir, og at føroyingar hava tikið Sprotan til sín. SÍ TALVU 3. Men hví er tað týdningarmikið fyri nakran annan enn Sprotan og hini, ið eiga orðabøkur á Sprotanum? Málfrøðingurin Mark Turin hevur arbeitt við nógvum tungumálum, eisini málum, ið eru nógv smærri enn føroyskt. Hann vil ikki hoyra um lagnutrúnna hjá mongum um, at smáir málbólkar ongan møguleika hava at yvirliva í talgildu syndaflóðini av enskum og øðrum stórum málum. Jú, sjálvt stórir málbólkar fána burtur, men í eini sending hjá støðini BBC 4 vísir Turin á, at hann hevur arbeitt við málum, ið einans eini 2.000-3.000 fólk tosa, sum bæði standa seg og trívast. „Eg haldi ikki, at mál bara doyggja – onkur letur tey doyggja“, sigur hann og leggur afturat: „Tað er eingin natúrlig gongd, ið ger av, um mál fána, sovna ella gerast óvirkin. Tað eru mentanarligar, polit­ iskar og samfelagsligar gongdir, ið avgera tað. Á sama hátt eru tað mentanarligar og politiskar gongdir, ið gera av, um hesi mál koma fyri seg aftur.“ Eingin eirindaleys lagna avger framtíðina hjá okkara tungumáli. Nei, tað er viljin hjá okkum, ið eiga tungurnar, ið

Vit arbeiða dagliga at gera leitingarnar lættari og bøkurnar alsamt fjølbroyttari og nágreiniligari. Slóðbrótandi nýtt er, at vit hava lagt myndir í FØ-EN. Tað er gjørt fyrst og fremst av námsfrøðiligum ávum. Nú ber eisini til at leita í orðafrágreiðing, har tú leitar eftir orðatøkum og máliskum. Annars kanst tú fylgja við, nær nýggj orð verða løgd inn, hvørjum orðum mest verður leitað eftir, og hvar í heiminum, fólk sprota. Føroyski navnalistin er eisini í skipanini nú. (16 bøkur)

evna serstøku ljóðini og binda tey saman í okkara móðurmál, sum er avgerandi. Hava søguligar kreftir og alheimsrák sína ávirkan? Ja, sjálvandi. Tað veit ein og hvør, ið arbeiðir við ungum og hoyrir, hvussu tey nú úttala „objektivur“ eftir enskum leisti! Men tey, ið stýra tunguni, avgera lagnuna hjá málsliga farinum, sum tey sigla í. Tað eru tey, ið gera av, hvønn bógv, lagt verður á, og um vit velja at leggja út á málsins villa og fruktbara hav, ella um vit tagna sum ein annar rusti­ kustur við eina gamla kai. Málið fer altíð at broytast, men um vit vilja tað, eigur okkara móðurmál eina bjarta framtíð. Og sum vit vita, tá vit hyggja at bretsku útoyggjunum, er lagnan hjá einari mentan og einum samfelag nær tongd at málinum. Í tí stríðnum er avgerandi at menna tólini, ið skulu brúkast at møta avbjóðingunum. Og tølini, ið siga søguna um orðabókaportalin hjá Sprotanum, vísa ikki bara, at vit hava funnið eitt tól, ið riggar, men at vit eisini eru eitt fólk, ið vil brúka sítt egna mál. Hetta er avgerandi. Mark Turin vísir á, at tað var „kirkjan, svørðið og bókin“, ið høvdu avgerandi ávirkan á, hvussu eitt mál treivst í farnum øldum, men at veruleikin er ein heilt annar í okkara talgildu øld. Nú er tað „knappaborðið, skíggin og alnetið, ið gera av, hvussu framtíðar margfeldið hjá mannaættini fer at laga seg.“ Vónandi gevur hetta mongum áræði at menna fleiri talgildar hættir og tól, ið kunnu hjálpa okkum at navigera okkara málsliga og mentanarliga far á talgilda havinum, sama hvørjir stormar bresta á okkum á ferðini. ◼

SPROTIN 2016 23


UM MARIUS OG TØGN Tekstur ILONA RAIPALA, málari og grafikari Bók MARIUS OLSEN, PRENT 1980–2016

24 SPROTIN 2016


Marius Olsen / 22 x 40, Hämeenkyrö 2011, linoprent

SPROTIN 2016 25


Marius Olsen, 17 x 37, Nólsoy 2001, turrnál

Úr bókini

Myndin er orðaleyst mál. Óneyðugt er at tosa, hugsa, spyrja, svara. Bara skoða, og tú fært greiðu á og varnast, hvat alt snýr seg um. Tær tørvar ikki at lesa bók – lat bara eygu og sinn upp, umaftur og umaftur, og sí … Hygg og síggj …

26 SPROTIN 2016


M

en kortini eru summar myndir orðaríkari enn aðrar, tað liggur í teimum, tær elva hugsanir og spurningar, sum leita eftir svari. Summar verða verandi tigandi. Skynsom hugsan rakar ongantíð kjarnan, tá ið myndin er tongd at lívsroyndum. Myndirnar hjá Mariusi skapa rúm til tøgn. Har er ávísur friður, ið loyvir einum ovbyrjaðum hugi at steðga framman fyri góðari mynd og dvølja í henni og tí djúpa, roynda veruleika, ið býr undir. Tað er lætt at síggja og kenna aftur ta løtuna, sum oftast fer framvið ógáað. Ikki ein og hvør sær tað, burtursæð frá einum lítlum barni, sum enn ikki er skert av mentanarligum avmarkingum í mannaheiminum. Ella onkur, ið loyvir sær sjálvum at vera til í løtuni her og nú. Slík sinnisstøða loyvir einum at skoða kring seg við nýggjum eygum og varnast slíkt sum eitt serligt skýsnið, eina endurspegling í einum rúti, einlittu ella marglittu vesturskinstónarnar. Tá ið kvirru myndirnar hjá Mariusi verða skoðaðar, sæst kanska eitt øðrvísi enn tað vanliga. Eitt gluggatjald fer upp og sýnir eitt eygnabragd, hvussu ein annar hevur sæð heimin.

Tíðarleysa løtan, ikki fangað og fongslað, men livandi. Hjúklað verður um hana, og hon verður vird gjøgnum listarligu gongdina: frá tí, vit rópa íblástri og alla leiðina til endaligu myndina. Hon er lagað eftir avmarkingunum sum eitt virkið menniskja hevur við øllum teimum hvørvnu kenslunum og teirri endurløddu orkuni í kroppinum. Samljóð er har í eini neyvari javnvág ímillum myndlutirnar. Halgu lyklar náttúrunnar eru tiknir við og fáa síni virði. Sjálvt á einum palli við druknum fólki í einum døkkum króki í roykfyltari drykkjustovu kemur fram ein javnvág í ruðuleikanum: ein leitan eftir sálarrógv. Øll myndevni hava eins stóran týdning fyri Marius – teirra støku sereyðkenni verða viðurkend, og listamaðurin lýsir tey. Úttrykshátt­ urin fylgir myndevninum. Leiðvísin er: hvat krevst nú, hvat teskar ella rópar myndin her í tilgongdini? Alt hetta er lagt fram fyri okkum at skoða á róligan og listafínan hátt ikki uttan drama, men uttan patos. Har er rúmd at síggja, kenna og royna. Eingin óneyðug frágreiðing. Einki er avgjørt. Málið er opið. ◼

SPROTIN 2016 27


Skreytbók

49800

MARIUS OLSEN – verkini hjá Mariusi eru samansettar, postmodernaðar tulkingar av okkara veruleika Verkið er úrval av øllum tí besta, ið Marius hevur skapt sum grafikari í 36 ár. Hesi 36 árini eru ein serstakliga áhugaverd ferð hjá manni, ið livir í øllum, livir avbyrgdur frá øllum, sum myndar innanífrá og er eygleiðari uttan fyri alt. Gunnar Hoydal, Jan Andersson, Ilona Raipala og Inger Smærup Sørensen hava skrivað tekst. Eisini hevur Marius sjálvur skrivað um tøknina í upprunaprenti. Bókin er á føroyskum og enskum. --„Tey glæsiligu verkini hjá Mariusi Olsen rúma óendaliga nógv løg. Eftir eitt lag koma fín, viðbrekin og lýrisk løg til sjóndar. Skemtilig, sjálvt speisk løg, gátufør, inni­lig, symbolistisk løg og sniðfundig, filosofisk løg avdúkast spakuliga. Beint fyri eygunum á okkum vaksa løg við ekspress­ivum ørskapi, løg við nossligari orna­mentgleði og løg við eini vakrari, myrkari dýpd, sum tað bara ber til at finna í listaverkunum hjá Mariusi Olsen. Onga aðrastaðni í heiminum.“ Inger Smærup Sørensen Listabók Útgivin í juni Kápumynd: Marius Olsen, 54 x 70, Tórshavn 2015 ISBN: 978-99972-1-199-6 Síður: 400

28 SPROTIN 2016


Bókin er prentað í stødd, sum gevur tær 400 stór, støk listaverk at skoða!

Marius Olsen, 19 x 21, Hämeenkyrö, 2014, etjing, turrnál

SPROTIN 2016 29


Tekstur JONHARD MIKKELSEN Bók OPNA

KÓPAKONAN Í TVÍNINGUM MYNDAR MANGAN NÚTÍÐARKVINNUNA

Myndir: Klæmint Klakk / ORÐ OG TÓNAR 27. januar 2016

Tað var farið um trettandunátt, tá ið vit á Orð og tónum søgdu gomlu søguna um unglingin úr Mikladali, sum varð ásttikin í kópakonuni, ið dansaði niðri á helluni. Men eisini søgan hevði skift ham. Fløgan hjá Eivør „At the Heart of a Selkie“, sum er grundað á triðja part í savninum – søgn og søga – kom út sama dag. Hetta er parturin, vit fylgja hetta kvøldið.

Myndir: Klæmint Klakk / ORÐ OG TÓNAR 27. januar 2016 Hvør við sínum tátti – yrkingini, tónleikinum og mynd­listini – bregdaðu tær tríggjar eina sjaldan áhugaverda mynd av kópakonuni hetta kvøldið. 30 SPROTIN 2016


T

ekstirnir fylgja kópakonuni frá tí, hon kemur upp úr havsins dulda heimi, til hon fer í dýpið aftur. Hóast yrkingarnar fevna víða, so kenna vit ymist aftur frá kópakonuni. Slíkt sum stríðið at finna heimin, ein kennir seg heima í. Dirvið, ið krevst, at bróta seg gjøgnum veggir, ið standa millum hjartað og andlitið, vent er ímót øðrum. Innlitið har „hvørt orð, hvør bókstav­ur, hvørt tekn er eitt far, ein flaki, eitt sprek at royna at halda sær uppi við.“ Kvøldið savnaði seg um henda vakra yrkingakring, sum byrjar við trølsligum dámi og suggererandi niðurlag – á eini avmarkaðari, hvass­ari hellu. Síðan koma markleysar víddir og spenningur. Eitt orðaspælið við „verð“ – í merkingini „heimurin“ og tí biðjandi trákkanini, bønandi boðsháttinum „verð“ heimur mín. So er tað gerandisdagurin. Hann elskar hana, og øll náttúran hó­reiggjar sær, sum hon vil, – altíð og teytarleyst elskar hann hana, men hennara útsýni kámast. Vøgguvísan sigur inniliga frá tí besta av tí besta, hon eigur, men tað hoyrir ikki til lívið í avbyrging. Hon leggur tað besta úr sínum egnu longslum og dreymum í tann lítla. Saltið og havið er longsulin, ið draga út hagar, ið onnur ikki fylgja við. Og so kemur støðutakanin. Farvæl og góðynski. Gongdin er greið. Full av spenningum. Og vøkur. Søgan um kópakonuna tulkað av nýggjum. Unga kvinnan, sum fær kærleika, eigur at sættast við hann, men hon eigur longsul út ella inn í aðrar heimar. Kærleikin bindur, men heldur ikki fyri longslinum, sum er sterkari mátturin, tí er slitið so meint. Tí er avgerðin so sár. Tveir heimar sameinast eina løtu, men mugu skiljast. Kærleikin og longsulin toga hvør sín veg. Fláirnar eru nógvar, lýstar við flottum myndburðum, góðum orðasamansetingum og undir øllum hesum murrar ein týðiligur erotiskur tóni. ◼

14800

Kristina Joensen kom eisini upp í hetta samstarvið og hevur málað ein málning til hvørja yrking.

Marjun Syderbø Kjelnæs

OPNA – ein seig og trupul uppgerð við tað, ið legði karmar um uppvøksturin

Her er ein opna, her er hvørt orð, hvør bókstovur, hvørt tekn, eitt far, ein flaki, eitt sprek, at royn at halda sær uppi við. Yrkingar / Útgivin í januar / Kápusnið: Kristina Joensen ISBN: 978-99972-1-186-6 / Síður: 84

SPROTIN 2016 31


SPROTIN 2016

#Maria á Heygum, svimjiomman í Vestmanna Søgan um Mariu á Heygum gevur tær íblástur. Hon er uppi í áttatiárunum og uttan at leggja ein einasta dag burturímillum, fer hon at svimja hvønn morgun í køldu vágni í Vestmanna. Tað er ein daglig endurtøka, sum verður heiðrað í altjóða viður­kenda stuttfilminum Aldurnar, sum ommusonurin Heiðrik hevur gjørt.

THE LAND OF MAYBE Úr heimi mínum á oynni Lewis í Ytru Hebridum síggi eg markleysu, norðuratlant­isku havfløturnar. Eg havi altíð verið forvitin eftir at vita eitt sindur um Føroyar, okkara næsta granna, sum liggja bara nakrar hundrað fjórðingar norðanfyri, beint norðan fyri havsbrúnna. Tekstur ALEX BOYD

32 SPROTIN 2016


Mynd: Alex Boyd SPROTIN 2016 33


SPROTIN 2016

#Ahmet Keita Henda myndin av Ahmed Keita á skipasmiðjuni Mest í Havn sýnir ein arbeiðsmann, sum føddur er í Senegal, beint eftir eitt langt arbeiðstørn í lastini. Ahmet er eldhugaður fótbóltsspælari, og í løtuni spælir hann við FC Hoyvík.

Í

2015 gjørdi eg endiliga av at gera ferð norðureftir og gjørdi av at brúka ein mánað at arbeiða sum listamaður í oyggjunum, læra meg eitt sindur um mentanina, fólkið og landslagið, sum á so mangan hátt var líkt okkara. Tað, eg kom til, var kortini nakað, eg ikki hevði fyrireikað meg til, tí í allar mátar var eg ovfarin um tann menniskjaliga hitan, føroyingar eiga, og tey stundum illfrýntu, bølandi, hóttandi og síðan stórbæru fjøllini og tað skiftandi sinnalagið á havinum kring oyggjarnar. Í 2015 gjørdi eg mína fyrstu ferð kring oyggjarnar við gomlu sluppini Jóhonnu. Hetta 132 ára gamla skipið knýtir saman tvær mentanir, upprunaliga smíðað í Onglandi til fiskivinnu har. Á dekkinum á Johonnu hevði eg høvi at vera saman við og arbeiða saman við føroysku manningini, og har fekk eg søgurnar um øll plássini, vit vitjaðu, sá landið úr øðrvísi sjónarhorni og lærdi smátt um smátt at kenna fólkini, sum tóku ímóti okkum, fryntlig og fyrikomandi, sama hvar vit løgdu at. Vit ringum tannabiti fór eg úr Føroyum og aftur til Skotlands, men eg fekk hvørki myndir ella lívsroyndir úr Føroyum úr heysinum aftur. Alt rann fram fyri meg: dimmalætting yvir Nólsoynni, heiðandi mjørka, ið avdúkaði og fjaldi Beinisvørð, tað sjóðandi náttarlívið í Havn. Árið eftir gjørdi eg av at fara aftur og ætlaði mær at hitta fleiri fólk. Arbeiddi saman við nøkrum fólkum á Sprotanum og setti mær fyri at gera eitt fotomyndaverk, sum lýsir oyggjarnar og fólkið og lívið á oyggjunum nú á døgum.

34 SPROTIN 2016

Eg kom aftur á sumri 2016 og búði í húsvogni í Vestmanna. Brúkti ein mánað at ferðast um allar oyggjarnar og skjalfesti fólk og pláss, eg vitjaði. Eg hitti mong áhugaverd fólk, meðan eg royndi at skilja tær avbjóðingar, Føroyar hava, og royndi at fáa greiðu á øllum øðrum enn hesum eina evninum, sum hava gjørt Føroyar kendar úti í heimi, grindini. At fara undir so stóra verkætlan var í fyrstani ræðandi. Hvussu í víðu verð kanst tú tekna eina mynd av nøkrum so torgreindum og fjølbroyttum sum tí føroyska samfelagnum. Hvagar vendir tú linsuni? Hvørji eru hesi fólk, sum áttu at verið myndað? Skuldi eg savna meg um ávísar gávur og dugnaskap, handilsskap, siðir og siðvenju, ment­ an­arligar persónsmenskur ella gitin og hámett pláss? Spurningurin er: nær skarar fotomyndin markið inn í mannfrøði? Spurningarnir høvdu eingi greið svar, men teir fingu hugan og eyguni at leita – forvitin at læra meira, síggja meira, so eg fekk gjørt eitt verk, sum granskaði tað, ið tóktist so vanligt í føroyskum gerandislívi, og eisini tað, ið tóktist vera fullkomiliga makaleyst við oyggjunum. Fór síðan at kanna, hvussu mín egna mentan er skjalfest, fór undir heimaarbeiði. Hugdi at, hvussu mín egna bygd í hjartanum í gæliska partinum av Skotlandi varð dokumentarað av einum manni uttaneftir, tí enska myndamanninum Gus Wylie, sum gjørdi stórverkið The Hebrides. Wylie hevði gingið í fótafarinum á einum amerikana, tí stóra heimildarfotografinum Paul Strand, sum sjálvur varð farin til Ytru Hebridur í 1960-árunum, og í bókini dró hann fram ymisk­ ­an líkskap millum Hebridur og Føroyar. Teir báðir prátaðu saman ta


Mynd: Alex Boyd SPROTIN 2016 35


SPROTIN 2016

Hvør er Alex Boyd? Alex Boyd er myndamaður og savnsvørður á Ytru Hebrid­

#Genta á rossi, Sørvágur Henda myndin varð tikin ein heitan junidag í Sørvági, tá ið

­um. Verk hansara hava verið

bygdin hýsti einum country and

sýnd fram víða um á altjóða

western festivali við fleiri hundrað

pallum. Hann hevur havt egnar

fólkum undir hatti. Á veg oman á

framsýningar í skotska parla-

sandin fekk eg eyga á hesa ungu

mentinum og saman við øðrum á Royal Academy, Royal Ulster Academy og Royal Scottish Academy. Best kendur er hann

gentuna, sum kom ríðandi fram við sjóvarmálanum saman við einum vini. Ein løta í kvirru aftur ímóti tí hektiska seinna­partinum.

kortini fyri samstarv við yrkjarar, t.d. skotska Edwin Morgan. Verk hansara eru við í søvnum hjá National Galleries of Scotland, The Royal Photographic Society, the Royal Scottish Aca­ demy, the V&A, og á the Yale Centre for British Art in the US.

einu ferðina, og Strand gav unga myndamanninum tey ráð, sum eg eisini tók til mín. Lær onkran á staðnum at kenna og byrja haðan at skilja, hvussu fólk av sonnum liva. Ta tíðina, eg hevði í Føroyum, varnaðist eg skjótt, hvat tað var, ið gjørdi oyggjarnar so serligar og so fullkomiliga makaleysar: tað var fólkið. Eg var so heppin, at eg lærdi fleiri fólk at kenna rættiliga væl, var inni hjá teimum, fekk innlit í lív teirra og tað, ið hevði týdning fyri tey. Í Vestmanna vóru fólk, sum ikki bara lærdu meg mangt og hvat um samfelagið, men eisini leiddu meg inn í partar av føroyskum gerandislívi, sum fólk uttanfyri vanliga ikki sleppa inn í. Í Klaksvík lærdi eg mangt og hvat um fjøllini og landslagið, og smátt um smátt dagaði ein ætlan undan. Fyri at fáa mær eina rættiliga heildarmynd fór eg niðan á Slættara­ tind. Tað var tjúkt í líðunum í erva, meðan eg gekk niðan, men so lýsti í, og landið læt seg upp fyri mær. Eg sá út yvir oyggjarnar og heilt út í havsbrúnna. Hesa løtuna í friði og kvirru fór eg bæði í sinninum og við eygunum at mynda mær tindarnar, bygdirnar, býirnar og plássini, eg fór at royna at síggja og avmynda, og har byrjaðu mínar fýra vikur við ferðing og vitjanum. Úr Suðuroy til Mykinesar og eystur í Fugloynna tók eg myndir av fólki, steðgaði fólki á bensinstøðum, í fjøruni, har tey vældu um bátar, í býarstrætum og heima hjá fólki. Eg hitti altjóða viðurkend listafólk sum Trónd Patursson, Zacharias Heinesen og tveir av Olsen brøðrunum, fekk enntá tann framíhjárætt at avmynda Marius Olsen, sum

36 SPROTIN 2016

hann hekk á einum krossi, meðan bróðurin Torbjørn málaði eina av sínum tiltiknu altarsmyndum. Eg vitjaði pláss, sum eru føroyingum dýrmett, Gjógv, spákaði á pollinum í Saksun í sjaldsomum havtámi. Eg vitjaði pláss, har føroyingar arbeiða og virka, vitjaði verksmiðjur og tungídnað, bilkirkjugarðin í Fugloy, sum annars minnir nógv um tað, eg kenni her heima. Skotsk ávirkan sást allastaðni, frá krígsminnunum í Vágum til synir og døtur hjá skotskum hermonnum til Tunnocks biskvitt. Hetta er eitt sterkt og virkið samfelag, sum eins og Skotland liggur í útryðjuni av Evropa og hevur nógv av tí somu kraftini og huganum og við sama avgjørda hugburði til at vera sín egin. Gamla skotska navnið fyri oyggjarnar er The Land of Maybe, men landið broytist, og oyggjarnar standa helst á einum vegamóti. Kanska merkir okkurt annað, nú ið Føroyar fevna tann stóra heim, taka ímóti ferðafólki og nýggjum vitjandi, kanska enntá fáa sjálvsavgerðarrætt, – hetta er eitt land við markleysum møguleikum. ◼


Mynd: Alex Boyd SPROTIN 2016 37


Ein farri av fráferð Yrkingar Útgivin í mai Kápusnið: Sára Mikkelsen ISBN: 978-99972-1-194-1 Síður: 140

Mynd: Mureldur

19800

38 SPROTIN 2016


SPROTIN 2016

Tekstur Sissal Kampmann Bók Ein farri av fráferð

TÁ SKORPAN VERÐUR RYKT AV SÁRUNUM

eg hyggi at føstu heystframsýningini av logandi leyvi og fruktum ið falla og síggi ikki meg sjálva

S

oleiðis endar fyrsta yrkingini í yrkingasavninum Ein farri av fráferð eftir Sólrún Michelsen. Anslagið setur tónan og heldur hann. Soleiðis staðfestir Sólrún samstundis, at hon, kvinnan, er eygleiðarin, ið tekur støðu. Velur til, velur frá. Ikki passiv. Aktiv.

Staðfestingarnar eiga savnið. Niðurstøður verða gjørdar. Avgerðir tiknar, og leiðin fram verður løgd við nærlagni og yvirskoti. Men fylgisveinurin er trúgvur. Treystur. Telur dagar og lagnur. Gevur ein løgnan anga, vit øll kenna aftur frá sær. Egið kennir farran av fráferð. Av tunga roykinum av tubbakki, ið kemur frá tóma stólinum yvir av henni. Í tómum stóli, í tómum rúmi er nærveran nærver­andi saman við longslinum. Alt so tjúkt og subtilt. Taktilt. Til at skera í. Hon sær flaggið á hálvari stong. Deyðin og fráferðin er ikki bert ein farri. Hann og hon eru beint um hornið, men ikki til at fáa hendur á. Men tað eru fallandi fruktirnar, ið liggja á foldini undir fótum hennara. Hon er eygleiðarin og sær tær falla, men hon fellur ikki. At vera menniskja. At vera kvinna. At vera kona, mamma, omma. At vera ein aldur. At vera sín aldur. At kenna farran av fortíðini, av framtíðini. At halda fast. At halda fast í tí, ein er – uttan rammu, uttan band, uttan skomm, uttan ótta, uttan at lata sum um, at farrin ikki er til. At hann ikki ræðir og ræður øllum. Men hann er samstundis tann, ið ger okkum til tey, vit eru. Hann verður fevndur, kannaður,

latin í heystlitir, í norðlýsið, í sólgyltar strendur, men letur seg í við síðuna av lúsafongda farranum í frystiboksini. At skriva kvinnusøgu. At klæða seg í litirnar frá barndómi og ungdómi. At lata seg í skógvarnar frá farnari tíð. At dansa við fortíðini inn í framtíðina. Hoyra dreymarnar spæla í orkestrinum, meðan farrin av komandi dreymum dirigerar. Senda eygu eftir tí brostna, mista dreyminum, tá hann spælir skeivt, fyri síðan at rætta upp, rætta inn, finnað stevið, gerast eitt við fullkomnu samanrenningna av ljóðførum í symfoniini. At skriva kvinnusøgu. Lætt, elegant, leitandi og livandi. Eisini, tá lemjandi einsemi hóttir, har tú um ikki annað kann bløða burtur, tá skorpan verður skrødd av sárum hvørja ferð, onkur nertur við onkran annan. Skorpurnar, lokið yvir avgrúndsdjúpu, fossandi, bløðandi sárun­um eiga vit øll, men vit skriva ikki øll um tey, nei. Tíverri, tí so ber heldur ikki til at lesa. Kvinnur bløða ofta og leingi, ja. Kvinnulívið er annar­leiðis enn mannfólkalívið. Her sigur kvinna sína søgu við farranum av livaða lívinum í nasun­um, tá farrin av fráferð ger sína entré og skrykkir har, hann ynskir at skrykkja. Og tað er fult í sorg og í pínu, ja. Men tað er neyðugt. Ja. Men hon skrivar eisini søgur um styrki og yvirlegni, Sólrún. Eginleikarnar til at reisa seg aftur, tá farr­ ­in bleiv til meir enn bert ein farra og tók av bóli, egin­leikarnar eigur hon. Letur okkum sita við eini ítøkiligari, taktilari kenslu í hondini á 58 blaðsíður við farra av bløðum á permuni, yrkingasavnið sum teksta­slag, men við leingi saknaðum kvinnubókment­ ­um, kvinnurøddum og kvinnusøgum á blaðsíðunum. Leggur eftir seg ein farra av, at meir er enn bert tað, vit halda og hildu. Ein farra av, at søgurnar vit eiga, eiga at verða sagdar, so tær ikki hvørva millum hendur okkara sum gjøgnumskygdi roykurin, ið hvørvur, tá ið vind­ eyg­að verður latið upp, og einasta minnið er farrin av tubbaksanga, ið hongur í klæðunum eina stutta, sveimandi løtu. ◼

SPROTIN 2016 39


mitt í orðberingini verður neyvleikin í eygunum svølgdur av tárum og eg hvørvi út í tað ráa onkið GANDAKENDU FØROYAR BLS. 33


Ole Banke & Oddfríður M. Rasmussen

GANDAKENDU FØROYAR – broytingar í brotsekundum gera allan munin

24800

Ole Banke er náttúrumyndamaður. Hann hevur verið í Føroyum 9 ferðir millum 2002 og 2016. Seinastu tríggjar ferðirnar hava verið um veturin. Sjálvur sigur hann, at Føroyar eru farnar honum í blóðið. Í 2001 góvu Ole Banke og Oddfríður M. Rasmussen bókina út, teir nevndu „Tað føroyska ljósið“. „Gandakendu Føroyar“ er bók, sum er sett saman eftir sama hugskoti: inn ímillum myndirnar hugleiðir Oddfríður, dregur eina tulking úr eini mynd ella ger eina viðmerking – í yrkingasniði. Bókin er á føroyskum, donskum og enskum. Myndabók, útgivin í august, kápumynd: Ole Banke, ISBN: 978-99972-1-204-7, síður: 220

ORÐ OG TÓNAR 17. september 2016 / Prikkurin yvir upplestrinum hjá Oddfríði var, at Dánjal á ­Neystabø spældi undir á klaver. Meðan Dánjal fyrireikaði kvøldið, fekk hann slíkan íblástur úr yrking­un­um, at hann fór til Bíggjar í 3 dagar og smíðaði løg til fleiri av yrkingunum. Hann nýtir somu tematisku evnini í fleiri av yrkingunum, men altíð í nýggjum hami. At lurta eftir hesi greipuni var sonn fragd.

SPROTIN 2016 41


M

áliskan „Leikvøllur veðurgudanna“ hóskar so væl til Føroyar.

Baksýnini eru veðurlíkindini, sum kunnu vera so ógvislig: eina lítla løtu kann veðrið

skifta frá fagrasta sólskini til stilli og mjørka, ein rættiligan skúr og garðingar – og tað øvuta. Longu fyrstu ferð eg var í Føroyum í 1990, varnaðist eg tað „alsamt broytiliga ljósið“, eitt fyribrigdi, sum so ógvisliga lyftir landslagið. Ivaleyst av tí nógvu vætuni í luftini og teimum nógvu skýggjunum verður ljósið brotið á ein og hvønn hugsandi hátt, sum gevur tað serliga føroyska – gandakenda – ljósið. Eitt landslag kann á ein hátt í brotsekundi trína fram á øðrvísi og bergtakandi hátt. Slík gandakend fyribrigdi hava givið mær ómetaligan íblástur sum náttúrumyndamaður, og hevur, sum frá er liðið, broytt mína áskoðan á myndatøku, har landsløg hava nógv meira at siga, enn eg í fyrstani havi hildið. Fleiri tær seinastu vitjanirnar havi eg savnað meg um Mykines, Fugloy og Suðuroy – eg eri rættiliga hugfangaður av „ytstu oyggj“: hinumegin oynna er ikki annað enn sjógvur, sjógvur og aftur sjógvur, áðrenn tú fleiri túsund kilometrar longur úti rennir teg í Arkis, Norðuramerika, Antarktis ella Evropa. Serliga Mykines og Fugloy vórðu fyrr avbyrgdar í fleiri mánaðir Eitt klárviðrað junikvøld stóð eg á Fugloynni og hugdi, meðan sólin spakliga sakk niður um Viðoynna. Tað gjørdist eitt sjaldsamt kvøld og sjaldsom nátt. Føroyar eru á 62. breiddarstigi norður, ikki langt frá pólkringinum, og summarnáttin er tí ógviliga ljós. Eg havi verið fyri tí sama aðrastaðni, millum annað í Mykinesi, eitt klárt kvøld, tá ið ljósið spakuliga viknaði, og fuglurin sum frá leið varð tigandi. Eisini á Vágseiði eina vakra nátt, tá ið sólin sakk í kav í ein útnyrðing. At sita einsamallur á einum steini tá og hyggja út yvir tað endaleysa havið og í frið og náðum hugleiða um lívsins mongu avbrigdi er ófatiliga linnandi – tað er sálini ein leskibiti. Føroyar skalt tú uppliva á sumri, tá ið alt er grønt og fuglar eru í ótali. Hesum havi eg sjálvur trúð til fyri stuttum. Ein vitjan, sum stakst upp á meg í mars 2015, vendi hesari fatan á høvdið. Eg havi onkuntíð áður vitjað oyggjarnar á vetri, men ongantíð áður hava tær borið seg so stórbærar við sínum næstan yvirjarðarliga vakurleika, sum hesa ferð við kava í fjøllunum og tí heilt rætta ljósinum frá sólini, sum stóð so lágt: Tá rivaði av sonnum fyri eygunum. Bókin „Gandakendu Føroyar“ er grundað á 9 vitjanir í Føroyum árini 2002 – 2016. Seinastu tríggjar ferðirnar hava verið um veturin. Eg óttist fyri, at Føroyar eru farnar mær í blóðið. Hetta elalítla land við sínum stórbæru fjøllum, fossandi áum, djúpu firðum og dølum, alt innrammað í eitt endaleyst hav við alsamt skiftandi ljósi fær meg at kikka eftir ondini og gevur mær djúpan sálarfrið. Ole Banke


SPROTIN 2016

Tekstur FRITS JOHANNESEN / HUGLEIÐING UM LÍVSINS ELDHUGA

SNJÓSÓLJUGENTUR UPPI Í MANSGJÓGV Tað er vakurt uppi á fjøllum kring alt landið. Hugsi mangan, tá ið sitið verður oman fyri eina gjógv, so er tað eins og gjógvin vil taka teg og alt landið í sín bulmikla, skaldakenda barm og sigur: Er landið ikki fagurt?

G

jáarveggirnir brosa og níga djúpt í tøgn og sóma og ásanna, at svá er. Øll tillaging er ein frumgróður frá upphavsins degi fyri milliónum av árum síðani. Meðan Adam og Eva gingu og tvassaðu í aldingarðinum í Eden, sótu snjósóljurnar í Mansgjógv uppi í Blábjørgum í Fuglafirði snøggar og naknar við hvør sínari sello og lovprísaðu skaparanum og skaparaverkinum, sum so friðsæl liva sítt stilla lív enn tann dag í dag í hesari føgru gjógv. Ja, tað er ein líkheit millum sjálvt blomstrið og Snjósóljugenturnar. Tær halda um sítt ljóð­føri, bogin er ósjónligur, men krúnan livir opinskárað á teimum vældæmdu, grønu bløðunum og gráa litinum í steinum og grýti eins og tær naknu kvinnurnar uppi í Mansgjógv. Ja, tað er nógv at rógva afturá. Hon veksur á hægstu fjøllum í eyrskruvi, har kavin liggur leingi. Hon er tann blómuplantan, ið veksur hægst til fjals og er ikki funnin undir 300 m hædd. Havi altíð verið hugtikin av tí italienska listamanninum Amedeo Modigliani, sum læt úr hond­um eini 200 verk á stuttu ævi síni. Hann var málari og myndahøggari. Hann bleiv ein­ans 35 ára gamal. Hann var føddur 12. juni 1884 og doyr 24. januar 1920. Hann er uppvaksin í Italia, var jødi og kemur til Paris í 1906. Hugsi tað, at hansara naknu modellir eru so væl úr hondum greiddar, at tær høvdu riggað væl uppi í Blá­bjørgum. So løgið tað ljóðar, livdi hann eina tíð í Paris undir somu lon saman við einari kvinnu, sum var sello­spælari. Tey vóru blóð­fátæk. Sjálvur hevur Modigli­ani málað fleiri sello­spælarar. Eisini mann­fólk sum spæla sello.

44 SPROTIN 2016

Hetta var undir sera úss­ al­­­­igum korum, og kendi hann lítið av tí tign, sum mynd­irnar fingu eftir deyða hans­ara. Ja, hvørt við sínar náðir, siga vit, men hetta er ikki eindømi í list­ini, har málningarnir fáa eina aðra meting, tá ið listafólkið er farið undir heilt. Tað er so hugtakandi at síggja málningar eftir listafólk, sum hava málað The Cellist / Amedeo Modigliani, 1909 naknar kvinnur. Tað, sum er undranarvert, er, at eingin av hesum listafólkum mála tað sama. Her er nógv og mikið at tríva í og rennur mær til hugs Pierre-Auguste Renoir 1841-1919 franskur impressionistur, sum t. d. málaði Sitandi kvinna í baði. Hann málaði fleiri slíkar myndir. Eina málaði hann, tá ið hann var 74 ára gamal og næstan lamin, plágaður av gikt so bara fremstifingur og tummilin kundu røra seg. Øll myndin er ein gróður undan hansara hond, har hann lovprísar hesari litføgru kvinnu, sum var kanska ein av arbeiðskonunum í heimi hansara. Hann kendi seg best heima í sínum egna urtagarði. Tvær av hesum fyrimyndum arbeiddu leingi undir hesari lon – onnur sum barnagenta og hin sum


SPROTIN 2016

Tað er tann livandi, nakna kvinnan, hó­ ast hon situr í einum urtagarði í Frankaríki, ella hon situr uppi í Mans­gjógv í Blá­bjørgum í Fuglafirði, so er andin og hennara fjálga skap tað sama.

Bather Drying Her Feet / Pierre-Auguste Renoir, 1907

kokkagenta. Kunnu tær ikki sita naknar uppi í Mansgjógv, ja, so kunnu tær sita naknar í eini viðarlund í Paris. Tað er ein strongur, sum allar dagar okkara livir í okkara hugaverð, sum leiðir okkum fram á vegnum í litum og skapum, sum vit ongantíð kunnu slíta okkum frá. Tað er tann livandi, nakna kvinnan, hóast hon situr í einum urtagarði í Frankaríki, ella hon situr uppi í Mans­ gjógv í Blábjørgum í Fuglafirði, so er andin og hennara fjálga skap tað sama. Hon rør upp undir løtuna við sínum sóljulitaðu krúnubløðum, holdkenda dæmi og hevur hon eina sello millum knøini, so er hon kanska tann fagrasta snjósóljugentan í heiminum. Bygdin liggur og hvílir niðri við sjóvarmálan undir Borgini. Tað er eins og øll hesi hús hava eyguni vend upp ímóti Mansgjógv ella Blá­bjørgum. Hetta er eitt bulmikið fjall, sum heldur hendur um Fugla­fjørð og tess íbúgvar, sum vit skoða dag og dagliga. Kanska eru tað ikki mong, ið vita, at Mansgjógv goymir at nøkrum alføgrum snjósóljugentum, sum liva her uppi vetur og summar í einum skaldakendum umhvørvi. Hevði Renoir vitað um hetta fjall, so hevði hann havt málað sínar naknu kvinnufyrimyndir undir hesum rókum. Blábjørg er 732 m høgt, og kalt og vindhart er mangan her uppi; men tá ið sólin hitar og litar Mansgjógv so er einki fagrari stað á Guðs grønu jørð enn í hesum gjáarmunna. ◼ Snjósóljugentur uppi í Mansgjógv / Frits Johannesen, 2005

SPROTIN 2016 45


SPROTIN 2016

Tekstur GUÐRUN GAARD Bók SÆR ER SIÐUR Á LANDI

GLÆMAN, SUM BARNA- OG UNGLINGSSÁL VARPAÐI Á LÍVIÐ UM ALDASKIFTIÐ FYRRA Rasmus Rasmussen varð føddur í 1871, sama árið, sum skúli kom í Miðvági. Skúlagongd var enn eingin sjálvfylgja, og framtíðarhugsanir hins einstaka vóru bundnar at, hvønn lut hann var føddur til.

R

asmus vaks upp sum elsti sonur á garðinum við Kirkjar, og sjálvsagdi lutur hansara var tí, at hann skuldi taka við festinum har. Tíðin og ymsar umstøður gjørdu tó tað, at ­Rasmus varð lærari, bókamaður og vísindamaður og ikki bóndi. Ein atvoldin til hetta hevur helst verið hon, at lærarafólkini í Miðvági hesi fyrstu ár skúlans vóru háskúlafólk. Jacob Jacobsen og kona hansara Anna Kjelnæs vóru bæði millum tey fyrstu, sum høvdu verið á háskúla í Danmark, og tey savnaðu tey ungu í Miðvági um kvøldini til upplestur og tos um alt tað, sum var uppi í tíðarrákinum úti í heimi. Í Miðvági var hetta ikki bara væl dámt, tað var av mongum hildið, at lærarafólkini spiltu tey ungu og leiddi tey burtur frá tí, sum hevði verið liviháttur og samfelagsskipan í øldir. Tá Rasmus tekur ta avgerð at stovna háskúla í Føroyum saman við Símuni av Skarði og tí ikki vil taka við festinum í Miðvági, kundi ein væntað, at hetta var stórt vónbrot hjá foreldrum hansara. Mamma Rasmussar, sum hevði frætt um ætlanirnar, hevur tó verið ein gløgg og upplýst kvinna, tá hon í brævi 3. oktober 1897 stuðlar soninum við hesum orðunum: Eg havi lisið í Dimmalætting um háskúlan. Ein vil mestsum spilla, ein annar vil verja, og so greiðir hann frá, hvat lært verður har. Mær dámar væl tað, hann har skrivar, tað er gott at læra sjálvan seg og Gud sín at kenna og at fáa eygað upp fyri tí, sum er vakurt. (mín umseting, Ada Elisabeth skrivar á donskum) Júst hesi orðini, „at lære sin Gud og sig selv at kende og faa øjet op for hvad der er kønt“, eru grundin undir tí, sum Rasmus í lívinum arbeiðir fyri. Samleiki hins einstaka, eygað fyri lívsundrinum, vitanin um náttúruna og menniskjuni, skaldskapurin og tað fagra, alt hetta, sum liggur í tí, sum mamman í brævinum sigur við so fáum orðum, býr undir lívsstarvi Rasmussar. Tá vit hyggja at ritverkinum eftir Rasmus á Háskúlanum, er tann stóra breiddin beinanvegin tað, sum er so sjónligt. Har eru fagrar bókmentir, lærubøkur og aðrar yrkisbøkur, listin er langur, og ein kann undrast á, hvat tað er, sum ger, at hann fevnir so víða. Framhald …

46 SPROTIN 2016


SPROTIN 2016

Rasmus Rasmussen

SÆR ER SIÐUR Á LANDI – ein mynd av gerandislívinum, tá ið Rasmus var smádrongur og hálvvaksin Millum tað handaliga og andaliga lívið verður altíð ein samvirkan, soleiðis at tey kor og tey viðurskifti, maður livir undir, seta síni merki. Henda samvirkan setur síni eyðkenni á tíðina og fólkið, sum livir í tíðini, og tá ið lívskorini og viðurskiftini broytast, kemur nýggj tíð. Hesi tíðarskifti merkja søgu okkara. Mangt verður lært í skúlum, men tað, sum hevur við gerandislívið hjá fólki at gera, liggur ofta á láni, so kunnleikin um tað, ið eitt ætt-

Broytt endurútgáva

arlið tókst við, verður ikki borið tí næsta. Og tað er spell. Við hesari bók ætlaði Rasmus á Háskúlanum í síni tíð at geva fólki eina mynd av lívinum, sum varð livað, tá ið hann var smádrongur og hálvvaksin, og hann sigur um stílin og innihaldið: Mær er greitt, at

29800

myndin fær sín dám og lit av teirri glæmu, sum mín barna- og ung­ lingssál varpaði á lívið tá, øðrvísi kann tað ikki vera. Endurminningar / Søga Útgivin í november Kápumynd: Við Kirkjar, Miðvágur, uml. 1920 ISBN: 978-99972-1-216-0 Síður: 286

Tendraðist torrasólin tíðliga í februar mánaði, skuldi torrafiskurin fara at bragda um kyndilsmessuna. Mynd: Føroya Forminnissavn

SPROTIN 2016 47


Rasmus og Símun høvdu sett sær fyri at stovna og reka ein skúla, har undirvísing á móðurmálinum var berandi hugsjón, men har at kalla einki orð, skrivað til frálæru, var til á móðurmálinum. Tí fóru teir báðir undir at gera tilfar bæði til frálæruna í nátt­ úrulærugreinum og til skaldsligan lesnað. Tí síggja vit hesa breiddina. Søgur og sangir, roknibøkur og plantulærur og greinir um alisfrøði og lærdómsspeki er tað, sum, hvørt um annað, liggur eftir teir báðar lívsstarvsfelagarnar og vinmenninar.

48 SPROTIN 2016

Partur Rasmussar í hesum er, at hann gev­­­ur út roknibøkur, hann skrivar fyrstu skald­­ søguna, Bábilstornið, á føroyskum máli í 1909, ein sjónleik, Høvdingar hittast, í 1910, Plantu­læru í 1910, fyrsta føroyska stuttsøgu­ savn­ið, Glámlýsi, í 1912, umframt at hann skriv­aði hópin av greinum í bløðum og tíðarrit­u m í Føroyum og aðrastaðni. Hetta bert hiss­ini nevnt, listin er langur, hann varð skriv­andi maður alt lívið. Bókina, Sær er siður á landi, skrivaði ­Ras­mus á ellisárum. Mestiparturin er skriv­

að­u r í 1948, tá Rasmus sostatt var vorðin sjeyti­sjey ára gamal. Hann vistaðist tað árið hjá soninum, Jóannesi, og familju hansara í Keypmannahavn. Hvønn morgun gekk hann leiðina frá Venedigvej á Amager inn á Konga­ liga Bókasavnið, har hann sat allan dagin og skrivaði eftir minninum um tað lívið, hann livdi sum barn og unglingi í Miðvági. Hann segði sjálvur, at tey vóru vorðin so góð við sín fasta gest har á bókasavninum, at tey hugnaðu um hann og bóru honum kaffi, meðan hann sat og arbeiddi. Bókin kom út í 1949,


Hoyberadagur hevði hátíðardám yvir sær, og tá varð skonkt. Mynd: Føroya Forminnissavn

fimmtiárið eftir, at Føroya Fólkaháskúli varð settur á stovn. Í bókini síggja vit Rasmus greiða frá við virðing fyri tí upphavliga, fyri teimum aldagomlu siðvenjunum og fólkunum, sum hildu hesar siðvenjur í æru, men vit síggja eisini, at hann er hugtikin av teimum, sum hava áhuga fyri tí, sum ikki er matstrev. Lýsingin av Hans Kristoffuri, bónda á Ryggsgarði, er eymlig og vøkur lýsing av manni, sum var dugnaligur bóndi, men sum eisini hevði eyga fyri tí, sum lá uttan fyri gerandisstríðið.

Sær er siður á landi er endurminning, sið­ søgulig lýsing og skaldskapur í einum. Væl og neyvliga verður greitt frá, hvussu arbeitt varð ársins tíðir. Sagt verður frá øllum tí, sum fylgdi við arbeiðinum av øðrum lívi, greitt verður frá amboðunum, sum vórðu nýtt, og frá, hvussu hoyggjað varð, ella torvið varð skorið. Hvørji borðhald og hvør matur hoyrdi til arbeiðið, nær var skonkt, og hvussu nógv var skonkt. Hvat hildið varð um hendan og handan atburðin og so framvegis. Yndisligar náttúrulýsingar skiftast við sakligar frágreið-

ingar um amboð og arbeiðshættir, og fongur er í staðarlýsingum og staðarnøvnum, sum sagt verður frá. Bókin er seinasta verk frá Rasmussar hond, og hon er í hesum eisini ein sera hóskandi sam­an­u m­tøka um tað, sum var hansara barn­­ dóm­ u r og ungdómur. Hon er bæði skald­skap­ur og fólkalívslýsing, og hetta fjøl­ táttaða lagið lýsir arbeiðslív og andaligt lív, eins og tað eisini lýsir persónsmenskuna hjá hon­um, ið skrivað hevur bókina. ◼

SPROTIN 2016 49


SPROTIN 2016

Tekstur SISSAL KAMPMANN Bók ÚRTÍÐ

MAMMAN ER FYRSTA FLYKRAN Á NØSINI ÚRTÍÐ – seytjanda savnið eftir Oddfríð Marna Rasmussen – er ein rannsóknarferð gjøgnum tilveruna eins og seinastu søvn hansara.

I

nngangur til verkið er Job: 37,1, Ja, av hesum skelvir hjarta mítt og hoppar í brósti mínum. Høvundurin er tolin sum Job ígjøgnum blaðsíðurnar. Gevur sær tíð at hugleiða, dvølja, gera niðurstøður, syrgja og gleðast. Hann hyggur at, meðan sigarettglóðin lýsir í mykrinum, til hann stígur inn í øskuna. Ella rísur úr henni?

Úrtíð gevur kensluna av, at eitthvørt er ov seint. Uttan fyri vanliga tíð. Kanska av misgáum, kanska at ótilviti. Men í hesi úrtíð er hann afturlítandi. Sær lívið í bakspegili, sær fortíðina breiða seg út og leggja seg saman við anga úr barndóminum, ungdóminum, vaksnamannalív­ inum. Myndir av foreldrum og náttúru, spæli og løtum í einingi, til myndir av egpersóninum sum foreldur, sum mamma, sum pápi trína fram frá fyrstu síðu. Tí hvat er ein pápi, hvat er ein mamma? Og hvat er heimurin uttan? Tær stóru kenslurnar, tá tíðarinnar tám spaku­liga lættir sær á og flýgur eins og fyrsti vár­f uglurin uttan fyri vindeygað, og sólin hevur ilt við at gera av, um hon skal senda sínar fyrstu geislar inn í lívið, ella um hon skal krógva seg handan gráa skýggið, sum altíð hóttir. Í yrkingini Burður vaknar nýtt lív, og gamalt fánar burtur. Tað er haðan, vit gera ferðina gjøgnum tilveruna aftur. Og aftur. Inn í røturnar, inn í køkarnar, har kendir kroppar ráða og hita. Har ommur og foreldur eiga sjónina, og eisini andan, tá ið kroppurin fær frið eina løtu. Eina løtu við friði, har tankarnir ikki smúgva sær inn um hjartarimarnar og spurningarnar, sum, hvat ið verður av einum. Bogaðu hjartasløgini banka stevfast longur inn í framtíðina, ið er full av møguleikum, men eisini av tómum, rúmum, sum áður vóru full av menniskjum, ið nú bert liva innan fyri ennisbeinið. Eyðkendu túnini, bygdarløgini, sjógvurin, kríatúrini, náttúran og vit, ið búgva á hesum stað, eru miðdepilin í hesi úrtíðarferð. Og

50 SPROTIN 2016

kanska er hetta samfelagið júst eitt úrtíðarsamfelag? Snúningsdepilin fyri tað, ið hetta skrivandi eygað sær og boðar frá. Og framvegis er alt í úrtíð. Kvirran og kanska eisini tilveran, har neytini og abbin, sum situr á krakkinum og mjólkar, lýsa farna tíð, ið eru fólki fremmand, men sum tó liva í lærubókunum í fólkaskúlanum, har tilveran fyrr verður løgd fram kúrr og friðsæl sum løk á bliki og roykur yvir grasgrøn tøk. Myndirnar eru fagrar og ljósar, men verða brotnar av tilverunnar spei, tí fólkini ikki trívast ta árstíðina ella ta løtuna á samdøgrinum, tey vóru fødd. Tilveran er margháttlig og krevur av okkum, at vit støðugt undrast og kanska eisini undrast yvir sannroyndina, at vit í stóran mun eru ella verða myndir og avrit av foreldrum okkara. Á ferðunum aftur í tíðina er høvi at hyggja djúpt inn í eyguni á mammuni og síggja alt tað, hon hevur gjørt fyri at styrkja ein. Hvussu hon tók skervin úr grátinum og tók alla pínuna á seg, til ein dugdi at turka saltið av kjálkunum sjálvur, vaknar ein logandi eldur av virðing og takksemi og eisini eini tráan eftir at gera bragdini eftir, tá ið foreldraleikluturin skiftir ættarlið. Kanska er alt, vit liva, alt, vit síggja, kenna, meina og óttast í úrtíð? Takksemin, longsulin, gráturin, gleðin, skilnaðurin og lívið. Livað frameftir, skilt aftureftir. Stykkjað saman, helst áðrenn úrtíð, so putlispælið á sín sundurpettaða hátt, ið ikki kann liva meir enn stutta løtu í senn. Kann pakkast saman og takast fram alt eftir, hvussu huglagið er. Tí úrtíð er úrtíð, men eginleikan at hyggja inn uttanífrá er helst einasta stað, til ber at hyggja, um ein vil royna at vera til tíðina – ein part av tíðini. ◼


Oddfríður Marni Rasmussen

ÚRTÍÐ Savnið er um, hvussu menniskju í úrtíð koma í støður, sum gera tey til tað, tey eru. Tey gerast foreldur og skulu byggja sína tilveru sum foreldur, og ongin veit, um hetta eydnast, fyrr enn tú hevur roynt tað í nøkur ár, og tá traðka minnini til. Hetta savnið er um, hvussu royndir og minni gerast poetisk fyri betur at skilja verðina. --Yrkingar Útgivin í november Kápumynd: Oddfríður Marni Rasmussen ISBN: 978-99972-1-222-1 Síður: 82

14800

BLS. 35

BLS. 72

Og eg turkaði av

Forsjón

Tað er kvøld.

Hjá eini familju

Vit hava etið ræst kjøt

er deyðin ein frágreiðing.

Urið er støðgað.

Hann grevur hol,

Ein pápabeiggi gongur títtur

grevur brunnar,

á gulliga tapetinum.

sløkkir ljósið í tunlum,

Veittrar og smílist,

og tá er ov seint.

hoppar og slær hælirnar

Familjan savnast,

ljóðleyst saman,

syrgir,

sum var hann Chaplin,

roynir at hyggja inn í eyguni

og viðhvørt var hann eisini Chaplin,

hvør á øðrum,

og av og á Buster Keaton,

men eyguni stara

men best dugdi hann at vera jólamaður.

niður í føðingina,

Tá helt omman fyri andlitið,

hava gloymt tað,

tí hon vildi ikki vísa,

sum er ímillum,

at hon átti eitt smittandi smíl,

meðan vísararnir ganga,

sum kundi tiðna eyguni á Django.

meðan orðini onki hava at siga,

meðan eyguni royna at greiða frá,

Slíkar løtur,

at deyðin er millum okkara,

tá ið Jesus hevði tikið av borðinum,

greiða frá

vaskaði Gud upp,

aftur og aftur,

og eg turkaði av,

meðan hjartað brestur

og Hann hevði ein høgan,

fyri hvørt slag,

eggjandi látur,

fyri hvørja undanførslu.

sum hoyrdist heilt inn í sigarroykin

SPROTIN 2016 51


SPROTIN 2016

Jens Pauli Heinesen

REKAMAÐURIN – Sámal Mathias og lívsins stóri reki endurprentað Róligur, Sámal Mathias, róligur. Løtan er komin. Tann ringasta av øllum, og tað er eitt av tveimum: høvdið á blokkin ella Amerika fyri stavn. Rist ikki so á hondunum, vinurin, minst til orðini hjá Kristjani fjórða aftan á slagið við Femern. Hann var særdur 23 ferðir, men fór á føtur, treiv um svørðið og rópti: Væl eri eg

Endurútgáva

særdur, men ikki hættisliga. Slíkt eru menn, Sámal Mathias, teir hokna ikki, um onkur andar á teir, og far nú eftir fløskuni.

Skaldsøga Útgivin í august Kápumynd: Bárður Jákupsson ISBN: 978-99972-1-200-9

19800

Síður: 124

Jens Pauli Heinesen

GAMANSLEIKUR – skemtisøgurnar um politisku stereotýpurnar, sum bjóða seg fram við falsi og lótum Harrin gav ikki kollutari kúgv horn, at hon skuldi ikki stanga, og betur er at elska dyggan hund enn illan træl, segði hann, – tey tíðindi ganga sum rótasúpan, at Jens hevur lovað at spreingja kong í luftina. Tey siga, at hann hevur keypt sær ein fullan kassa við dynamitt. Bikarið er fult, rópti Jónas, kongavitjanin er avlýst. Lat meg tosa við Jensin, segði Hanna

Endurútgáva

Malena og fór. Hon fann hann niðri í neystinum. Hann sat friðarligur á einum geisla og riðaði eina skrubbunót. Er tað satt, Jens, at tú hevur keypt ein kassa við dynamitt ? spurdi konan.

19800

Tað, sum ikki er lygn, er satt, segði Jens. Hvat skalt tú brúka dynamittið til ? At spreingja við. Hvat skalt tú spreingja ? Einki svar. Hvat skalt tú spreingja, Jens ? Sig tað nú.

Stuttsøgur Útgivin í august Kápusnið: Bárður Jákupsson

Kong.

ISBN: 978-99972-1-201-6 Síður: 160

Emil Bruun

HARRA PETUR ARABO – skaldsøga, skrivað í Vágum 1892 „Ja, ja, so haldi eg, at Hansara nøs skal siga Honum tað, tá ið fólkini fyrstu ferð fara at tváa ull í Hansara prestagarði. Síggja tygum, ein tunna við tí slagnum stóð í garðinum, og Kristoffur tók og rendi madammuna so væl og virðiliga har niðurí og tváaði hana so avbera væl, at hon fekk at síggja, at hann væl kundi brúkast til at tváa ull reina.“ Og skiparin sat og flenti í kíki, men Petur var so sanniliga nógv minni enn so væl hýrdur av at hoyra allar hesar frásagnir, og ikki óttaleysur samanbar hann sítt egna stilla heim, har sum hansara gamla móðir, Durita, hevði gingið so still og roynt at hjálpt upp á faðir og hann sjálvan, við tað helvitisreiður, sum tóktist at bíða honum í Jansagerði. Skaldsøga Útgivin í november Týðari: Tummas Lenvig Kápusnið: Archibald Black ISBN: 978-99972-1-213-9 Síður: 120 52 SPROTIN 2016

19800


SPROTIN 2016

Peder Sjögren

KÆRLEIKANS BREYÐ – hvussu sigur ein hermaður eini mammu frá, at sonur hennara er deyður í bardaga? Tey kvirru, nøtrandi sekundini, áðrenn eg fór at siga hini gomlu frá, helt eg tað vera mítt inniligasta ynski at leggja øll orðini soleiðis til rættis, at tey góvu henni ugga og styrki. Men eg gjørdi tað ikki, tí eg fekk ikki. Tí tað er soleiðis vorðið, at eitt vanligt borð ella eitt av tí forna, dýra slagnum, sum eina

Endurútgáva

várnátt stendur ímillum tvey menniskju og skilur tey, hóast tey sita andlit til andlits, kann avskepla seg í bleiku náttarglæm uni til ein óhugnaligan vígvøll. Skaldsøga Útgivin í august Týðari: Jákup í Skemmuni

19800

Kápusnið: Sára Mikkelsen ISBN: 978-99972-1-194-1 Síður: 140

Per Anders Fogelström

SUMMARIÐ VIÐ MONIKU – ein eym og kenslurík ástarsøga Á grønmetisgoymsluni starvast seytjan ára gamla Monika, sum longu hevur verið við nógvum dreingjum, og á Forsberg fyritøkuni starvast hin smædni Harry, sum er eitt ár eldri. Tey hittast fyrstu ferð á kaffistovuni Tólvuni. „Hon søkk saman, setti seg nærri honum, so hárið kitlaði hann í nøsina. Hann kendi seg

Endurútgáva

sum í ørviti av tí óvanliga anganum av einum ungum gentukroppi …“ Úti í svenska skergarðinum blómar kærleiki teirra, har tey ganga nakin og renna eftir strondini, men einaferð mugu tey fara inn aftur til stórbýin. SUMMARIÐ VIÐ MONIKU er eymasta og kensluríkasta ástarsøgan, sum gitni svenski rithøvundurin Per Anders Fogelström hevur skrivað. Hin ikki minni gitni svenski filmskaparin

19800

Ingmar Bergman hevur gjørt film um skaldsøguna, sum ber sama navnið. Skaldsøga Útgivin august Týðari: Jákup í Skemmuni ISBN: 978-99972-1-202-3 Síður: 258

Reidar Djupedal

JENS CHRISTIAN SVABO – harmasøgan um eina gávaða og forfjónaða sál J. C. Svabo varð føddur í 1746 í Jansagerði í Miðvági. Fór í latínskúla í Havn, síðan til Keypmannahavnar at lesa náttúruvísindi og búskap. Meðan hann las, skrivaði hann um ábøtur á føroyskan landbúnað. Tað varð ikki lurtað eftir honum. Í 1770 - árunum væntaði hann sær stóra uppgávu frá myndugleikunum. Vin-

Endurútgáva

maður hansara fekk hana. Seinni fær hann høvi, fer til Føroya í 1781 - 82 og savnar tilfar til eitt stórverk. Tað varð ikki prentað. Hann skrivaði fø. – lat. – da. orðabók. Hon varð ikki útgivin. Hann fekk ikki endaligt prógv, helst vegna sjúku og fátækt. Hann søkti fleiri embæti, fekk einki. Í 1800 kom hann vónbrotin heim aftur og livdi í fátækt í Havnini, til hann doyði í 1824.

19800

Eftir at hann var farin undir grønutorvu, fóru fólk at virðismeta hansara avrik. Ævigsøga Útgivin í november Upprunatekstur: Varðin bd. 32 og 33 Kápusnið: Heiðrik á Heygum ISBN: 978-99972-1-216-0 Síður: 208 SPROTIN 2016 53


SPROTIN 2016

Karin Dyhr & Marianne Holmen

GLASGENTAN – smágentan, ið tignarligi pápin neyðtøk umaftur og umaftur „Glasgentan“ sigur frá, hvussu ógvisliga blóðskemdargerðir í barndóminum kunnu ávirka eitt lív. Bókin er sjálvævisøgulig og lýsir m.a. eina drúgva sjúkugongd við á leið 70 innleggingum á psykiatriskar deildir í 17 ár, men eisini hvussu Karin eftir hesi mongu ár aftur varð frísk. Hon skaddi seg sjálva, men bókin er ikki ein sjálveymkandi frásøgn. Hon er heldur eitt hugfangandi innlit inn í lívið í skipanini. Eisini er bókin kryddað við brotum úr hennara journalum, dagbókum og brøvum millum Karina og vikonur hennara. Ein veruleiki, har besti yvirlivingarhátturin var – óveruleiki. Blíva burtur. Gerast eitt við

24800

veggin. Gerast ein annar persónur. Um neyðugt, doyva veruleikan við dansandi vitloysi, við sjálvmeiðsli. Og fyrst av øllum: við at átaka sær alla skuld. Tað hevur ongan týdning, hvussu avskapað tað kann tykjast at vera hjá øðrum, hjá tær er tað týðiligasti, eirindaleysasti veruleiki, at eitt hálvt árs gamalt barn lokkaði pápa sín, at ein tvey ára gomul genta átti at forðað tí at henda, at ein níggju ára gomul skuldi

Heimildarskaldsøga

havt sagt, at tað, sum framvegis ger teg sjúka í hvørjum einasta avkróki í sál og likami

Útgivin í november Malan Háberg týddi úr donskum

bara at hugsa um – ja, tað var helst okkurt, tú sjálv ynskti. Tað má tað hava verið.

Kápusnið: Sára Mikkelsen ISBN: 978-99972-1-221-4 Síður: 434

SKOMMIN, SKULDARKENSLAN OG TANN ÁHALDANDI PÍNAN Ein januardag fyri 6 árum, meðan eg gekk og stákaðist í køkinum við útvarpinum frá, lurtaði eg eftir Tilveru. Eg slepti øllum, eg tókst við, tí júst hesa sending­ ina helt eg vera so forvitnisliga. Armgarð prátaði við eina danska kvinnu, sum allan barndómin hevði upplivað, at pápin kynsliga misnýtti hana. Tekstur MALAN HÁBERG Bók GLASGENTAN

H

enda kvinnan dugdi so væl at greiða frá ambivalentu kenslum sínum. Um ein vanligan pápa, sum kortini ikki var ein vanligur pápi, um at elska ‘annan’ pápan og ikki at elska ‘hin’ pápan. Hvussu tað var at eiga ein dagpápa og ein náttpápa. Ein genta úr einum vanligum heimi, sum tó ikki var vanligt, og har tónleikur fylti nógv. Sjálv er hon útlærd tónleikaterapeutur. Eg helt hana duga so væl at greiða frá uttan hatur og beiskleika, og eg hugsaði við mær sjálvari, at tá eg var liðug at týða tað, eg var í holt við at týða tá, fór eg at týða ‘Glaspigen’ til føroyskt, um okkurt forlag vildi geva bókina út. Samrøðan við Armgarð snúði seg um bók­ina, Karin Dyhr og Marianne Holmen,

54 SPROTIN 2016

vinkona Karina, í felag hava skrivað um tey seytjan árini, Karin var knýtt at psykiatr­ isku skip­a nini. Hvussu hon varð við­farin í skipanini, hvussu væl hon dugdi at virka í summ­u m førum, men ikki í øðrum førum. Hon fekk at enda ta hjálp, henni tørvaði. Tvey menniskju starvaðust í skipanini, sum skiltu hana og fingu hana at lata seg upp og leita aftur til kjarnan – orsøkina – og eftir tógvið stríð og nógv ár, fór hon aftur spakuliga at virka. Í dag er hon ein virkin kvinna, sum hevur skrivað bøkur, heldur fyrilestrar, svarar spurningum o.a.m. Hvat ger slík misnýtsla við fólk? Hví tordi hon einki at siga um misnýtsluna? Nógv hví. Hetta gongur ikki bara fyri seg í útlondun­um. Hetta hendir eisini í Føroyum, beint

rundan um okkum. Tí er umráðandi at hava slíkt tilfar sum hesa bókina á føroyskum, so at tabuevni sum hetta, Karin og nógv, nógv onnur hava upplivað og uppliva í gerandisdegnum, koma fram í ljósmálan. Sprotin játtaði fyri einum góðum ári síðan at geva ‘Glasgentuna’ út. Vónandi fáa nógv fólk gleði og hjálp av henni, og vónandi er hon við til at gera tabuevni sum insest sjónligt við einum glotta fyri framman við røttu hjálpini. Karin Dyhr er sjálv eitt livandi dømi um, at tað ber til. Hon kom upp úr svartasta holinum at hjálpa øðrum til lívið, vónina og blómurnar, sum spretta rundan um hana. ◼


SPROTIN 2016

Mariano González Campo

FØROYSK-SPONSK ORÐABÓK – spaniólar sprota ikki so nógv, tí varð henda prentað sum bók eisini Henda føroysk-spanska orðabókin er ein alneyðug handbók hjá øllum teimum, sum hava áhuga í tí føroyska málinum, um tað so er av praktisk­um ávum (t.d. í ferðavinnuni, í sambandi við ymist arbeiði, ella um tú hevur hug at læra málið) ella av ástøðiligum orsøkum (t.d. til at samanbera við onnur norðurlendsk mál til dømis formlæru, merkingarlæru ella søgu). Somuleiðis er tað týdningarmikið verk hjá øllum teimum føroyingum, sum vilja læra seg málið hjá Cervantes. Orðabók, útgivin í august, ISBN: 978-99918-76-14-6, síður: 186

29800

Sara Stridsberg

BECKOMBERGA – viðurskiftini ímillum einsamøllu dóttrina og pápan, sum er innlagdur á sálarsjúkrahús Beckomberga er skaldsøga, ið ger mun. Hon er um menniskjaligt forfall, veikleikar og kærleika. Beckomberga snýr seg um Jackie, sum eigur pápa, ið eitur Jim. Mynd hennara av pápanum støkkur sundur, tess eldri hon verður, og tess meira niðurundirkomin hann verður. Hann er sinnisliga ikki í javnvág, og fleiri long skifti er hann innlagdur á sinnissjúkrahúsinum Beckomberga. Vit fáa barndómin, sterka kærleikan, ta skeivu tilver­una og jagstranina eftir eydnu og lívi. Hetta er ein vøkur og hugtakandi skaldsøga, sum setir menniskjuna undir sjóneykuna. Skaldsøga, útgivin í maj, Jákup í Skemmuni týddi úr svenskum, kápusnið: Edward Fuglø ISBN: 978-99972-1-185-9, síður: 354

24800

Kjell Westö

HVØRVISJÓN 38

Bókmentaheiðursløn Norðurlandaráðsins 2014

– hon kendi eina rødd aftur, sum tivaði inn í oyrað í myrkrinum, hvørja ferð hon varð neyðtikin í fangaleguni Býurin er Helsingfors, og árið er 1938, tá ið lagnan hjá tveimum ymiskum menniskjum verður alt meiri samantvinnað. Sakførarin Claes Thune er úr svenskmæltu yvirstættini, og tann gátuføra skrivstovukvinnan Matilda Wiik hevur verið fyri so nógvum, sum hon ikki ætlar, at onnur skulu vita nakað um. Træðrirnir ganga aftur til finska borgarakríggið millum tey hvítu og tey reyðu í 1918. Ræðuleikarnir frá teirri tíðini seta framvegis sín dám á býin og menniskjuni, hóast tey royna at leggja teir aftur um seg. Ein dagin hoyrir frú Wiik eina rødd úr fortíðini. Somu rødd, sum elvdi til, at hon framvegis er nívd av angist. Og tað fær lagnutungar avleiðingar, bæði fyri hana sjálva og onnur.

24800

HVØRVISJÓN 38 er ein nøtrandi spenningssøga, og hon er samstundis ein søgulig skaldsøga, sum niður í smálutir lýsir gerandisdagin og viðurskiftini við heimssøguligum hendingum sum baktjald. Og tað stendur til lesaran at draga træðrir úr 1938 fram til nútíðina. Skaldsøga, útgivin í juli. Elin Henriksen týddi úr svenskum, kápusnið: Uppruna ISBN: 978-99972-1-197-2, síður: 380

SPROTIN 2016 55


Mynd: BÓKMENTATILTAK Í FUGLAFIRÐI / Eyðbjørn Jacobsen

HVØR FEKK ­SAMFELAGIÐ AT RIGGA, MEÐAN MENN VÓRU TIL SKIPS? Viðhvørt situr tú við eini bók í hondini, sum krýpur inn undir húðina á tær og fær fastatøkur í kropp og sál. Tú fært ikki slept henni, og tá ið tú ert liðug, kennir tú ein gapandi tómleika. Tekstur GUNVØR BALLE Bøkur KARITAS 1 & 2

56 SPROTIN 2016


SPROTIN 2016 57


T

að hendir ikki ofta longur, at bøkur hava so sterka ávirkan á meg sum Karitas bøkurnar hjá Kristín Marju Baldursdóttir. Minnist, hvussu hugtikin eg var í Vi der lever hjá Ayn Rand, sum eg las sum 19 ára gomul. Og eg minnist, hvussu rúnabundin eg sat við útvarpið, tá ið Margretha Næs las Katrin hjá Sally Salminen. Hóast eg ikki var meir enn stór smágenta, so livdi eg meg við lív og sál inn í lagnuna hjá ungu, finsku kvinnuni, ið kom til Álandsoyggjarnar. Minnist vónbrot­ ­ið, órættvísið og dagliga strevið. Og ikki minst, stoltleikan. Eg varð vaksin og ikki eins løtt at taka av fót­ um, hvørki av filmum, bókum ella nøkrum øðrum, sum tá eg var tannáringur. Men so var tað vin­maðurin, sum tíðum tosaði um Karitas bøkurn­ar, sum hann staðiliga mælti mær til at lesa. Eg so gjørdi, og tær fóru ikki frá mær aftur. Sterka røddin í Margrethu Næs kom fram fyri meg aftur, tí lagnan hjá Katrin og Karitas eru ikki ólíkar. Hesar kvinnulagn­ ­ur eru universellar. Men søgurnar røkka ikki út – tær gerast ikki universellar, fyrr enn tær finnast á tínum móðurmáli. Tástani søkk­ ­u r søgan heilt inn í hugan. Tástani gerst hon viðkomandi, og tú setir hana inn í ein samanhang. Tá skilti eg, hvussu umráðandi tað er, at slíkar søgur finnast og kunnu lesast á føroyskum.

Søgur um menn og mannfólkalagnur og -brøgd finnast í ríkiligt mát á føroyskum. Søgur um føroysku kvinnuna og lívið á landi eru hinvegin sum lundi á jólanátt í føroyskum skaldskapi. Hvussu var lívið hjá teimum, ið vóru heima, meðan menninir vóru burtur? Hvat hugsaðu hesar kvinnur? Hvussu fingu tær tað at bera til? Og hvat droymdu tær um? Ikki helt eg meg til at skriva eina slíka skaldsøgu, men kanska kundi eg royna at flyta hesa íslendsku kvinnusøguna yvir í føroyskt mál. Tí Karitas kundi eins væl verið ein føroysk genta, ið vaks upp í lítlari avbyrgdari fiski­ bygd við nógvum systkjum. Faðirleys, men við einari mammu, ið hevði stórar ætlanir fyri børn síni. Tað kundi eins væl verið ein føroysk ung genta, ið vaskaði hjá ríkari keyp­ mansfrúu í Havn, sum sá, at gentan hevði

58 SPROTIN 2016

gávur at tekna. Og sum forbarmaði seg yvir hana og sendi hana til Keypmannahavnar á Kongaligan Listaskúla. Heimkomin kundi tað eins væl verið í Føroyum, at unga nýútbúna listakonan fer at salta sild fyri at tjena sær pengar at fáa sær sítt egna atelier. Har finnur hon kærleikan og møtir sínari lagnu í rokfiskiskiparanum Sigmari. Gerst við barn og endar í lítlari kroysu í fátæksligari útróðrar­bygd. Maðurin er grammur eftir verðini og burtur størsta partin av árinum, og børnini koma eitt fyri og annað eftir, og hon er um at gerast vitleys, tí hon ikki sleppur at mála. Konufólkini eru mergurin í samfelagnum á landi. Tær hjálpa hvør aðrari, men hóast tað, er hon einsamøll. Tí hon er ikki sum hinar. Hon skilir ikki tær, og tær skilja ikki Karitas og hennara brennandi trá eftir at mála. Eg hugsaði um Ruth Smith meir enn eina ferð, meðan eg sat við bókini. Hava vit ikki havt okkara egnu Karitas? Eg sat í løgtinginum hesa tíðina, og har er ofta lítið at gera summarhálvuna, so stundir vóru at takast við eitthvørt fyri seg sjálva hetta tíðarskeiðið. Árini, eg búði í Íslandi, gjørdist eg hugtikin av íslendska málinum og skyldskapinum við tað føroyska. Og ikki minst var eg hugtikin av, hvussu røsk tey eru at týða útlendskar bókmentir, soleiðis at íslendingar lesa nærum alt á móðurmálinum. Spældi mær ofta við tankan, at tað hevði verið stuttligt at sloppið at roynt at týtt millum málini. Og hóast tað var ein stórur biti, so hevði eg hug at royna at flyta Karitas yvir í føroyskt mál. Framhald …

Fyrra bind av Karitas kom á marknaðin í 2015


Søgurnar røkka ikki út – tær gerast ikki univers­ellar, fyrr enn tær finnast á tínum móðurmáli GUNVØR BALLE

SPROTIN 2016 59


Bøkurnar um Karitas eru givnar út í mongum londum. Allar tær ­ymisku kápurnar hava tulkað bøkurnar ymisliga. Men sambært høvundinum sjálvum bera tær hjá Edwardi Fuglø av ø ­ llum !

Tá ið Kristín Marja vitjaði í Føroyum, vildi hon sleppa at tosa við Edward, tí myndin,

Søgugongdin er ómetaliga fangandi. Per­ sóns­­ lýsingarnar eru framúr livandi og veru­­leika­kendar. Og náttúran sum drívmegi og forðing, sum støðug fyritreyt, er sterkt lýst. Innari tvídrátturin er so týðiligur og somuleiðis tað kalda, harða, ráða – í náttúruni og í menniskjalynd­inum. Kenslan av at sleppa inn í hugaheimin hjá einari listakonu er sum ein ferð inn í tað ókenda, har tú fært innlit í, hvussu listakonan hugsar, og í ofrini, ið mugu latast. Tú skilir einsemið og hetta, altíð at kenna seg lítla og lítið verda. Sum kvinna – og serliga sum listakvinna. Kristín Marja hevur latið søguna um Karit­as í ein vakran, poetiskan málham, – tað er sum at hoyra tónleik, tá ið tú lesur tekstin. Hetta var so hugtakandi, at eg varð noydd at royna, um eg fekk tað yvir í føroyskan málbúna. Eisini tí eg vildi njóta hvørt orð, venda og snara tí, til eg fann rætta týdningin á føroyskum. Og týðingin gav mær høvi at kava djúpt niður í bókina og fáa nógv meir við, enn tá ið eg las hana fyrstu ferð. Tað var strævið og avbjóðandi, og fyrstu 2-300 síðurnar tóku sera langa tíð. Men eftir fyrru bók var eg

hon hevði í huganum, áðrenn hon fór undir fyrra bind av Karitas, var serstøk. Og hvat sær høvundurin, tá ið hon fær føroysku tulkingina? Fremst í myndini stendur eitt gapandi tómt lørift, sum eingin hevur sett pensil­­­ ­in á. Ein púrasta geldur hvítur dúk­ur á einum mynda­fóti, sum stendur á berligum grýtilendi, har einki grør, sum fábroytt og líðandi fer undir grátt hav undir gráum himli. Og har – ytst á mjáa, lága tanganum – stendur einsam­alla konan og starir langtandi inn í gráan. Soleiðis hevur Edward teknað káp­una, og Kristin sat í Reykavík og gleddist um, hvussu beinrakin listamaður­in í Klaks­vík

24800

hevði verið. Tá ið Kristín sá seinnu bókina, sá hon heildina, ið Edward hevur skapað við báðum bókunum. Ta fullkomnu kollveltingina, ið hend er í lívi Karitas frá fyrru til seinnu bók, sum myndar eina óruddiliga verkstovu og eina nýtíðarliga kvinnu, sum ikki hyggur langtandi út í havsbrúnna, men granskar eitthvørt í onkrari skapandi tilgongd. Skaldsøga

Hevði Kristin Marja verið fegin um fyrru bókina, varð hon ovurfegin nú. Tí heildin var so heppis­liga skapt.

Útgivin í februar Kápusnið: Edward Fuglø ISBN: 978-99972-1-187-3 Síður: 598

komin á lagið, og seinna bók gekk nógv skjótari. Eg gleðist um, at Sprotin vísti mær álit og legði mær lag á, so eg kom á mál við báðum bókunum. Og gleðist um, at fólk hava tikið so væl ímóti bókunum, hóast mong hava lisið tær á donskum. Og fyri meg er tað ein stórur heiður, at Útvarpið hevur biðið Vár Berghamar Jacobsen lesa bókina upp sum framhaldssøgu í vetur. Mín vón er, at fleiri kvinnur fáa íblástur til at fara undir at skriva søgur um føroyskar kvinnulagnur. Søguligar eins væl og samtíðar bókmentir, tí tær søgurnar eru ikki sagdar. ◼


Edward Fuglø skilir bøkurnar hjá mær til fulnar og mynd­ar veruliga støðuna hjá lista­konuni Karitas KRISTÍN MARJA BALDURSDÓTTIR

SPROTIN 2016 61


SPROTIN 2016

Tekstur REGIN AV STEINUM Bók LEITINGIN EFTIR ÓLAVI HEILAGA (ÚTGIVIN Í 2015)

MANGUR SIGUR FRÁ ÓLAVI KONGI OG HEVUR IKKI SÆÐ HANN Soleiðis ljóðar eitt gamalt føroyskt orðatak. Tað er nú áhugavert og stuttligt, at okkara vadmalsklæddu og skeggvaksnu forfedrar runt um í gomlu føroysku bygdunum skulu hava nýtt ein so høgan stíl í dagliga orðaskiftinum sínámillum, ein stíl, sum er ógvuliga langt frá vanliga facebook-hátt­inum í dag at svara einum aftur í orðaskifti.

T

að er nú áhugavert og stuttligt, at okkara vadmalsklæddu og skeggvaksnu forfedrar runt um í gomlu føroysku bygdunum skulu hava nýtt ein so høgan stíl í dagliga orðaskiftinum sínámillum, ein stíl, sum er ógvuliga langt frá vanliga facebook-háttinum í dag at svara einum aftur í orðaskifti, men annars er meiningin heilt modernað: tosa ikki um ella kom ikki við avgjørdum útsøgnum um tað, tú einki veitst um, halt teg til veruleikan.

Í privatum viðurskiftum má so hvør í sínum lagi seta sær sjálvum spurningin, hvat veru­liga er farið fram, men í almennum sam­felags­ viðurskiftum hava vit í fyrstu syftu lønt­ar journalistar og fjølmiðlar at greiða okkum frá, hvussu hetta ella hatta málið vendir. Tað er als ikki nóg gott bara at fáa at vita um okkurt hissini mál, kanska ella bara tí tað er eitt serliga gølukent mál. Tað má vera eitt krav, ið ikki kann vera vikið frá, at øll skulu fáa líka og rættvísa viðferð í fjølmiðl-

Mynd: iStock

Ólavsøkumorgun sita vit undir hvørjum orði av prædika­stólinum í Havnar kirkju, har prestur ­eftir bestu evnum roynir at flætta henda Ólav upp í prædik­una. Men nú vita vit og hava vitað tað leingi, at halgimenni var hann ikki, heldur bølmenni.

62 SPROTIN 2016


SPROTIN 2016

unum, men tað eigur eisini at verða kravt av tíðindaflutninginum, at hann er førur fyri at geva almenninginum haldgóðar upplýsingar um ávirkanina, ein politisk avgerð fer at hava við sær. Vit síggja ferð eftir ferð, at stórmál verða skrumblað ígjøgnum, og eingin spyr so víðari, hvussu tað, sum annars verður sett í verk, skal verða brúkt, fíggjað ella fáast at bera seg fíggjarliga. Vit føroyingar eru ofta sera ósamdir um, hvussu stórmál eiga at verða loyst. Tað ræður alt ov ofta um at hava „rætt“, hvat tað so merkir, í staðin fyri at spæla við opnum kortum og góðum grundgevingum, soleiðis at mótparturin kennir, at hann kortini verður virdur og ikki bara forfjónaður. „Mangur sigur frá Ólavi kongi...“, men hvønn Ólav verður meint við her? Tí fleiri kongar hava itið Ólavur. Eitt gott boð man vera Ólavur Haraldsson, kongur í Noregi 1015-1028, sum seinni gjørdist so víða kendur sum Ólavur Heilagi. Øll vita, hví vit halda ólavsøku; í hvussu so er so nøkulunda. Vit í hesum landinum hava livað við einum siðaarvi og gera tað lutvíst enn, tá ið vit t.d. ólavsøkumorgun sita undir hvørjum orði av prædikastólinum í Havnar kirkju, har prestur, sum prædikar hendan dagin, eftir bestu evnum roynir at flætta henda Ólav upp í prædikuna. Men nú vita vit og hava vitað tað leingi, at halgimenni var hann ikki, heldur bølmenni. Hesin Ólavur var ein maður, sum fyrst og fremst hugsaði um at fáa vald, og tað dugdi hann rættiliga væl, og eydnan var við honum leingi, men tá ið so fíggindarnir reiðiliga fingu stundir at taka sær av honum, mátti hann flýggja av landinum. Harðliga og óstortsliga framferðin, m.a. at „kristna“ fólk við svørði, elvdi, sum vera man, til hatur og vreiði víða hvar í landinum. Hevði hann verið á døgum nú, so hevði ivaleyst verið roynt at fingið hann fyri dómstólin í Haag. Vit kunnu kanska bera í bøtuflaka fyri hann og siga, at tað var tíðin, og hann var ikki verri enn allir hinir, t.d. Karlamagnus, men ber tað til, er tað nøktandi? Tá ið hann so var fallin á Stiklastøðum 29. juli í 1030, skundaðu fíggindar hansara sær at hálsa um og fáa hann gjørdan til halgimenni longu árið eftir. Ein sera snildur politiskur leikur, og hetta var ikki fyrstu ferð í søguni, at hesi ráðini vórðu nýtt, tvørtur ímóti. Tað skerst kortini ikki burtur, at so nógv annað viðvíkjandi norsk­ ari søgu hongur uppi við hendan mannin, og har slepst ikki undan at nevna tilgongdina at savna landið í eitt ríki.

Tey, sum vilja vita meira um Ólav Haraldsson, kunnu lesa bókina hjá norska søgufrøðinginum Øystein Morten (f. 1973). Høvundurin roynir at tulka keldurnar av nýggjum og finna fastan botn at byggja frásøguna á. Hann dugir sera væl at greiða frá, soleiðis at lesarin skilur, hvussu gongdin í hesum tíðarskeiði hongur saman. Bókin er týdd til føroyskt í 2015 og eitur Leitingin eftir Ólavi Heilga. Sami maður hevur eisini skrivað aðra áhugaverda bók um tann marg­ háttliga Sjúrð Jorsalafara, kong í Noregi 1103-1130. Hesin Sjúrð­ur gjørdist so víðagitin fyri sína jors­a laferð (11081111), tá ið hann so blaðungur stevndi av stað við einum øgiligum flota suður í Miðjarðarhavi og beindi fyri so nógvum heidningum, sum til bar, men høvuðsørindini vóru at varðveita valdið hjá teim kristnu í tí heilaga landinum. Tveir hálvbrøður hansara vóru tá eisini samkongar, og tað gekk so nøkulunda, men skjótt kundi stríð koma í millum brøðurnar. Nøkur ár eftir heimkomuna sita Sjúrður og Oystein, annar hálvbróðirin, og metast um týdningin av tí, teir hava lagt úr hondum, og orðaskiftið hevur hug at harðna. Tá sigur Oystein við Sjúrð, sum hevur sitið og reypað um síni brøgd á krossferðini, „at meðan tú, Sjúrður bróðir, hevur verið burtur í trý ár og beint fyri heidningum til stuttleika og kemur aftur sum eitt landastrok, havi eg bygt landið upp til frama fyri fólkið“. Frá 1123 var Sjúrður einakongur í Noregi, og útlit vóru góð, at hann fór at gerast mætur og mektigur kongur við vinabondum til grannalondini og góðari giftu, men so við og við misti hann alt úr hondum; og eitt tað ringasta mundi vera, at knappliga ein dagin kom ein maður, Haraldur Gilli, vestaneftir og vildi vera við, at hann var hálvbróðir hansara og kravdi kongsnavn, men mátti fyrst prógva hetta við jarnburði, og so var. Hetta var í veruleikanum byrjanin til tað ræðuliga borgarastríðið í Noregi, sum vardi í eini hundrað ár, har eftirkomarar Haralds Gilla sigraðu, m.a. Sverri úr Kirkjubø, men tað er ein onnur søga. Eisini um henda Sjúrð Jorsalafara hevur sami Øystein Morten skrivað spennandi og áhugaverda bók, sum um stutta tíð kemur út á føroyskum. ◼

SPROTIN 2016 63


SPROTIN 2016

Evropearar eru, samstundis sum teir hava fingið andstygd fyri kynsliga partinum av kvinnumarknaðinum, eisini loyniliga drignir at honum – ­ so sum Jean-Léon Géreme ímyndar sær hetta á ódagfestu myndini (Trælahandilin). Géreme fekk íblástur frá sínum mongu ferðum til Egypta­lands, og myndin endurgevur neyvt bæði klædna- og byggisnið. Tó er einki, sum bendir á, at kvinnuligir trælir í veruleikanum stóðu nakn­ir, meðan sølan fór fram, men tær vóru mettar um á eyðmýkjandi hátt.

EINGI MØRK FYRI FANANSKAPI

Søgan um, tá ið turkar rændu Vestmannaoyggjar, sýnir ránsmenn­in­ar sum villini dýr. Hetta er bergtakandi søga um gamla prestin, ið saman við húskinum verður rændur og endar í Algeria og fer alla leiðina ígjøgnum Evropa aftur til Íslands eftir loysi­gjaldi fyri rændu sóknarbørnini. Tekstur JONHARD MIKKLESEN Bók TURKARÁNIÐ Í VESTMANNAOYGGJUM

64 SPROTIN 2016


SPROTIN 2016 65


SPROTIN 2016

Úr bókini

N

eyvan hevur tað tikið meir enn hálvan tíma, til tann eini bólkurin er náddur fram til Ofanleiti, ið var prestagarður Ólavs Egilssonar og er miðskeiðis á oynni. Tá ið prestagarðurin verður álopin, roynir Ólavur at verja seg, men tað hevur neyvan verið stórur trupulleiki fyri rænararnar at yvirmanna ein eldri prest, húski hansara og tvey eldri tænastufólk. Ólavur og kona hansara Asta verða bundin og førd oman til havnina saman við tveimum smáum børnum teirra. Eldur varð settur á prestagarðin og bæði tey eldru tænastufólkini umkom­ ust í logandi eldi. Allar fyrireikingar, sum vórðu gjørdar í skundi og av ovurræðslu, høvdu verið púra óneyðugar. Hetta lítla samfelagið var rakt líka brádliga og ógvusliga, sum var tað toran, ið sló niður. Eftir stuttari løtu var alt ruðuleiki, allar ætlanir um at stríðast ímóti eru sleptar, øll hugsa nú bara um at bjarga sær sjálvum, sínum nærmastu og sínum ognum. Mong royna at flýggja til fjals, men tað gjørdist ein vill jagstran, sum køttur eftir mús, sjórænararnir vita nú, at teir fara ikki at fáa veruliga mótstøðu, og teir býta seg í bólkar, 4 til 10 menn í hvørjum og fara ígjøgnum alla oynna. Á fleiri støðum klúgva fólk niðan á høgar hamrar og spjallar uttan um býin, men hetta er í skundi, av ræðslu og ikki umhugsað. Tí tá ið tey eru komin niðaná, eru tey løtt at fáa eyga á, og har hava tey ongan rýmingarveg. Ólavur skrivar: „Dem skød de ihjel, så at nogle styrtede ned ad bjergets 100 favne, men nogle blev sidd­ende deroppe ihjelskudte“. Framhald  á næstu síðu …

66 SPROTIN 2016


SPROTIN 2016

Jens Riise Kristensen

TURKARÁNIÐ Í VESTMANNAOYGGJUM – teir kendu einki mark fyri óndskapi Ólavur greiðir frá ófatiliga harðskapinum. Manni, sum nevndist Bjarni Valdson, høgdu teir høvdið av niðan fyri eyguni, meðan kona hansara gekk undir liðini á honum og sá tilburðin. Hon svímaði skríggjandi niður yvir deyða likamið á manninum, men teir tóku um føtur hennara og drógu hana burtur, sum var hon ein deyðseyður við fótunum yvir høvdinum. Tann deyða høgdu teir sundur, sum tá ið seyðakrov verður høgt í smábitar at lata út í súpan.

24800

Søga Útgivin í november Fleiri kirkjufelagsskapir vóru virknir í at keypa kristn­­ar trælir leysar. Her sæst ein gávumildur prestur, sum handar einum muslimskum sendimanni posar við pengum. Aftanfyri sæst,

Absalon Absalonsen týddi úr donskum Kápusnið: Archibald Black ISBN: 978-99972-1-207-8 Síður: 158

hvussu gongst teimum, ið ikki verða keypt leys. Mynd: Stunga frá Historie van Barbaryen, 1684.

Um tann væl umtókta prestin Jón Thorsteinson verður sagt, at hann som ikke kunde gå så fort, som de vilde, så tog de hende tillige med et var høgdur niður, meðan hann lá á knæ og bað til Gud. Ein ræðuligur barn, som hun bar, og var af 2 års alder, og kastede dem begge på ilden, og da hun og barnet græd og bad Gud hjælpe sig, gav de et stort skrål tilburður, ið setti seg djúpt í minnið á oyggjabúgvunum. Atsóknin á Heimey var sera ógvuslig, tað verður hildið, at 242 fólk fra sig og stødte dem ind i ildens største lue med deres spyd“. Smáar hurðar verða knústar, og stórir tivvóru tikin fangar, og 30 vórðu dripin. Ólavur greiðir frá sera blóðigum og ráum harðskapi. Turkar fóru eins eirinda­ andi menn koma inn í tey myrku rúmini undir Einum ávísum Bjarna Valdsen: „huggede lágum loftum, rena alt um koll og oyði­leggja og leyst fram í Føroyum de hovedet af på tværs neden under øjnene, stjala alt í fremmandum heimi. Eftir lítlari løtu í 17. øld. Turkaránini í hvilket da, hans kone så, som gik ved sidan eru øll vanlig og natúrlig mørk brotin, tað tyk­Hvalba eru tí skoytt upp ist, sum er hetta ein stór neyðtøka. af ham, faldt hun straks ned i besvimelse over í hesa íslendsku søguna. det døde legeme med stor skrig, men de tog Ein barnakona tekur til rýmingar, verður hende í fødderne og trak hende som et andet jagstrað av fleiri monnum, og meðan hon dødt ådsel, så at fødderne stødte ferm oven for hovedet, men den døde soleiðis roynir at renna undan, fer hon at bløða. Hon missir barnið, huggede de i stykker på, ligesom et slagtet får, som bliver hugget i stykk­ fellur um og doyr: „Så der lå de døde hver for sig“. ­er til suppe, trækkede derefter konen således hen til de Danske Huse, Ein ránsmaður sær: „en pige på vejen, hvilken han straks tog med og flyttede hende inde blandt de andre fanger“. vold og belaae.“ Aftaná verður hon sett á ein hest – helst er hon so illa Fangarnir vórðu savnaðir á donsku handilsstøðini við havnina. viðfarin, at hon megnar ikki at ganga sjálv – og síðani førd oman til „Derefter stak de ild i hvert et hus, og deriblandt var en gammel kone, hinar fangarnar niðri við havnina. ◼

SPROTIN 2016 67


FØROYSKT SOTHEBY’S Á REINSARÍNUM – VIÐ POMP AND CIRCUMSTANCE Hóskvøldið 21. apríl var forvitnislig uppboðssøla á Reinsarínum. Hølið var stúgvandi fult av fólki, tá ið málningarnir hjá Frits Johannesen til Sprotan vórðu seldir.

Tekstur Jonhard Mikkelsen

68 SPROTIN 2016


Heitið:

Seinasti bygdamaðurin, Salli á Hellunum

Stødd:

42 x 62,5 cm

Minsta boð: 5000 kr. Ein av søgunum, tá ið lagið var vorðið av tí besta á Reinsarínum, var til myndina av Salla á Hellunum. Sambært Tobba hevur hann verið ein av landsins stóru legendum. Maðurin var kokkur við Kongshavn, og skrivað er um hann í „Í Grønlandi við Kongs­havn“. Luddi ella Magnus hava tikið mynd av honum saman við einum einum kalva, sum var nøkulunda til longdar sum Salli sjálvur. Mynda­teksturin er: Salli og ein annar kalvi. Tað var ikki altíð so lætt hjá kokkinum at fylgja við, nær bátarnar komu aftur. Mundi vera so sum so við klokkuni, mangan vóru teir nógv seinni enn væntað, og tað kravdi sín kokk at fáa alt at passa saman. Henda eina dagin hevði hann kjøtfrikadellur til døgurða. Skiparin var tveir tímar ov seinur til døgurða, og alla hesa tíð høvdu frikadellurnar staðið á kabúss­uni og prutlað. Kokkarnir høvdu eitt serligt samband við skipararnar tá, livdu treytað av tí, ið skiparin segði. Jú, skiparin sessast og roynir av øllum alvi at skera sær ein bita av hesi fyrrverandi kjøtfrikadelluni. Hann legði alla kropsvektina í høgra arm, men hvørki felliknívur ella nakað annað skalaði frikadelluna. Salli hellur seg yvir ímóti skiparanum og spyr: Nú, skiparin, hvussu smakkar? Skiparin svarar eitt sindur turrisliga: „Eitt veit eg at siga tær, Salli, at hevði Hitler havt slíkar sum hesar í kanónunum á sinni, hevði hann ikki tapt seinna heimsbardaga!“

S

Fyrst sang gentukórið, sum Frits stjórnaði í Fuglafirði í 70-80­-árunum. Tær sungu framvegis sum einglar. Síðan varð kynt undir ketlarnar. Kvøldið varð bygt upp eftir lag­køku­prinsippinum. Fyrst ein góð søga ella hugleiðing um myndina, og so varð boðið. Og tað svitaðist ikki. Fleiri høvdu ætlað sær sama málning hvørja ferð. Tobbi – hesin yvirvaksni oksin í Runavík – pískaði hýrin upp og var sjálv­ur so spentur, at hann stóð og hoppaði á pallinum longu, áðrenn kom­ið var í helvt við søluni. Hetta hevði so mikið stórt árin, at hann dró Bjørn á Heygum við sær, sum speedaði upp og fór at ljóða sum hesir eyðkendu amerisku uppboðssøluhaldararnir. Tað var í sjálvum sær ein uppliving.

SPROTIN 2016 69

Myndir: Klæmint Klakk / UPPBOÐSØLA 21. apríl 2016

um leið út á kvøldið mundi húsið brostið av spenningi, tá ið Tobbi og Bjørn trýstu tær 5000 kr, flestu málningarnir vórðu mettir til, upp á 10-12.000 og hinar fyri 10.000 upp um 20.000 kr. Avrátt var, at hvørt oyra, ið inn kom frá søluni, skuldi verða brúkt til føroysk mynd­listafólk at prýða kápur hjá Sprotanum. Á tann hátt skuldu onnur myndlista­ fólk fáa ágóðan av stórsinninum, sum Frits sýndi felagnum. Og væl hilnaðist. Tá ið av tornaði, vóru 180.000 krónur komnar í kassan.


SPROTIN 2016

Tekstur JÁKUP I SKEMMUNI (TÝTT ÚR KULTURXPRESSEN) Bók ALT EG IKKI MINNIST

LEGG EITT PUTLISPÆL UM EITT LÁTIÐ LÍV Jonas Hassen Khemiri (f. 1978) er navnframur og viðurkendur svenskur leik­rita- og skaldsøguhøvundur. Hann er uppvaksin í Stokkhólmi, mamman er svensk, pápin tunesi.

H

eimurin brosaði ikki beinleiðis til høvuðspersónin í hesari søguni ta seinastu tíðina. Men har frá og so at beina fyri sær? Hvussu endurskapar tú eitt mist lív og finnur ein sannleika um hetta sama lív? Tað roynir ein rithøvundur at svara í hesari ómetaliga væl bygdu skaldsøguni, „Alt, eg ikki minnist“. Søgan: 26 ára gamli samfelagsfrøðingurin Sámuel er deyður. Hann koyrdi alt ov skjótt og rendi á eitt stórt træ og doyði. Kanska var tað sjálvmorð, kanska bara ein syrgilig vanlukka. Sámuel var eitt menniskja, sum íðuliga royndi at fylla í lívsroyndabankan, men hann var eisini ólukkuligur. Fyrrverandi unnustan, sum kanska var hansara stóri kærleiki, Laide, hevði gjørt tað liðugt, vinmaðurin Vandad hevði kanska svikið, og sama dagin, sum Sámuel doyði, var eldur komin í húsini hjá ommu hansara – eini hús, sum hann hevði ábyrgd av, og sum hann hevði umskapað til eitt tilhald hjá menniskjum, sum høvdu tørv á onkrum skjóli, har tey fingu krógvað seg, ein verkætlan, sum hann misti tamarhaldið á. Ein rithøvundur setur sær fyri at endurskapa lív Sámuels við at hava samrøður við tey, ið liva eftir, og sum berjast um rættin til ta røttu søguna. „[…] hvussu skjótt má ein koyra fyri at

70 SPROTIN 2016

liva eftir í minninum á onkrum, hvussu nær deyðanum má ein vera fyri at vera verdur at verða umskapaður til søgu […]“ „Alt, eg ikki minnist“ er ein ástarskaldsøga um kærleikan millum tveir vinir og kærleikan millum ein mann og eina kvinnu, og um hvussu hesi bæði ymisku bond ávirka hvørt annað. Men hetta er eisini ein bók um deyða, harðskap, pengar og skyld, og fram um alt ein frásøgn um, hvussu mongu minni okkara kunnu broyta søguna. Í bókini avloysir ein vitnisburður ein annan, nakrir stuttir og nakrir longri, skildir sundur við einari stjørnu (*). Tað eru serliga besti vinur Sámuels, Vandad, og fyrrverandi unnustan, Laide, sum sleppa at greiða frá, hvat tey minnast. Vandad er vøddaknýtið, sum krevur pengar inn fyri ein brotsmann, men sum roynir at skapa sær eitt vanligt lív, men vinalagið við Sámuel tykist vera ein forðing fyri tí. Laide er ein intellektuellur tulkur og uppreistrarsinnað, sum vil bjarga heiminum, men kanska meira fyri sítt egna umdømi enn av næstakærleika. Tey hava bæði elskað Sámuel hvør á sín hátt, og tað dylur seg ikki, at svartsjúka nívir bæði tvey. Tey hava stríðst hvørt móti øðrum um yndi hansara og kærleika, og stríða nú eitt eitrandi stríð um, hvør hann var, og hvat tað var, ið

hendi, við at lýsa hvørt annað sum óálítandi og vánaligt vinalag hjá Sámueli. Vandad, Laide og rithøvundurin sjálvur gera sær øll dælt av Sámueli hvør á sín hátt. Okkurt bendir á, at fleiri fólk ið verða spurd, ógreiðari verður myndin av Sámueli. Hann verður tann, sum hini mana fram. Eymleikatørvandi, leyslátin, ivafullur, brasin, natin, gávumildur, eftirlátin og tunglynt­ ­ur. Men síggja tey Sámuel ella síggja tey seg sjálvan? Lúgva tey við vilja ella minnast tey skeivt? Hetta er ein bók við fleiri óálítandi frá­ søgu­fólkum. Vit fáa alla tíðina nýggj løg av søgufólkunum og síggja nýggjar síður av Sámueli gjøgnum eygu teirra og tulking. Alt er opið fyri tulking og endurtulking – ikki bara myndirnar av Sámueli, men eisini sjálvsmyndir Vandads og Laides og myndir teirra hvørt av øðrum. Sum lesari verður tú heilt einfalt boðin við til at skapa niðurstøðuna av frásøgnini um, hvør Sámuel var og hví hann misti lívið. Tað er týðiligt, at Khemiri sjálvur hevur viðgjørt eina egna sorg, meðan hann hevur verið í holt við at skriva hesa bókina, og tað gevur bókini enn eina lind. ◼


KÁPUKAPPINGIN

Jonas Hassen Khemiri

Vit høvdu avgjørt, at peningurin, sum myndirnar hjá Frits

ALT, EG IKKI MINNIST

kastaðu av sær (sí s. 68), skuldi verða brúktur til føroysk myndlista­fólk at prýða okkara bókakápur.

– at endurskapa eitt lív, ið er farið

24800

Niels Jensen og sonurin á Orð og tónum 22. september. ALT, EG IKKI MINNIST er ein ógloymandi kærleiksfrásøgn um okkara tíð og prísin, vit menniskju rinda, fyri at liva saman.

Tær flestu kápurnar í ár hava føroyingar gjørt. Vit kenna

Hon er eisini søgan um ein rithøvund, sum við at fylla holini út í søguni um Sámuel roynir at finna sannleikan um seg sjálvan. Tí tá ið samanum kemur, hvat verður eftir

summi, sum duga at gera kápur, men fyri at fáa fatur í nýggjum talentum, vit einki vistu um, útskrivaðu vit kapping, og inn komu fleiri fín uppskot.

av øllum okkara minnum, sum so skjótt fjara burtur? Hvat liggur fjalt í øllum tí, vit ikki minnast? – Og hvat eru vit, annað enn frásagnirnar hjá øðrum um okkum? Skaldsøgan krevur ein varnan og vaknan lesara. Khemiri skiftir ímillum fortíð og nútíð, millum fleiri fláir,

Vinstrumegin sæst káputekningin, ið vann kappingina. Heim­urin er til við orðum, tankarnir sum eru skipaðir við orðum – og hvat hendir so, um hetta viðbrekna, fantastiska amboðið fer í smildur?

millum ymisk frásøgufólk í stuttum brotum. Frásøgu­ stílurin er samansettur, men hann er so reglufastur, at tú

Tað hevur listamaðurin snøggliga víst okkum við at viska út

venist skjótt við hann.

tað, ið einaferð bar týdningin og skipaði tilveruna, so heimurin og fatanin verður ein gráur vavstur av høpisloysi. Alt í og

Skaldsøga

kring mannin eru orð – men høvuðsteldan er farin. Illa viskað,

Útgivin í november Jákup í Skemmuni týddi úr svenskum Kápusnið: Niels Jensen ISBN: 978-99972-1-219-1 Síður: 320

so har sæst, at okkurt hevur verið – men Guð viti, hvat tað var, tí tað krevur eina sundurgrein­ingarskipan, sum er farin í hundarnar. Maðurin, sum visuelt tulkaði innihaldið soleiðis og vann sær

• Í 2015 vann Jonas tignarríkastu svensku virðislønina fyri fagrar bókmentir, Augustpriset.

ein kekk, sum er 4000 kr og ferðaseðlavirði, sum er 4000 kr frá Atlantic Airways, eitur NIELS JENSEN.

• Viðmæld av TED-røðara, sum eina MUST-READ bók!

• Higartil týdd til 23 tungumál.

SPROTIN 2016 71


Útgivin í mars Carl Jóhan Jensen týddi úr íslendskum Kápusnið: Sára Mikkelsen ISBN: 978-99972-1-193-4 Síður: 100

TÁ IÐ KVINNUR LEITA EFTIR KÁTUM SÁÐI Oddny megnar at seta orð á forbodnar kenslur og tankar, tí frummegina hjá kvinnuni tosa vit jú ikki um. T.d. hvussu tilgongdin til mannfólk er hjá kvinnum, ið barnast. Hvussu hon metir teir sum brundir, hvussu teir vera skannaðir fyri styrki og nør­ingarevni, um teir eiga nóg nógva umsorgan í sær til at taka sær av einum barni og nóg nógvan stirðil í sær at vera menn.

Tekstur JÓHANNA ANDREASSEN / BITAR ÚR TONKUM Bók BLÁTT BLÓÐ

Mynd: Alvin Ellebye Andersen / ORÐ OG TÓNAR 17. MARS 2016

14800


SPROTIN 2016

M

innist, at eg mítt fyrsta ár á sjúkrasystraskúlanum skrivaði eina uppgávu um óviljað barnloysi. Tá ið eg las tekstin hjá Oddný Eir Ævarsdóttur og gjørdi eina ferð aftur til mína fatanarverð tá, má eg viðganga, at eg sum 20 ára gomul als ikki kendi neyðina hjá hesum menniskjum. Vit skrivaðu mest um tiptar eggjaleiðarar, PCO, endometriosu, rættan kost, og numu bert við kensluna ikki at kenna seg sum rættan mann og rætta kvinnu. Nú eg 23 ár seinni lesa hesa bókina, og høvundurin hevur sagt mær so nógv um seg sjálva og sítt fjøltáttaða kenslu- og tankalív, sína pátrúgv og sínar forbodnu tankar – sum eg kenni aftur frá mær sjálvari – má eg viðganga, at eg tá, sum 20 ára gomul, hevði slættis ongantíð smakkað frumdriftina og hennara øgiligu megi, fyrr enn eg sjálv upplivdi hana næstan 30 ára gomul. Alheimurin er ein himmal av sáði Undir bókarheitinum stendur: leitandi eftir kátum sáði. Bókin er fevnd av kápu við sáðkyknum. Ógviliga humoristisk og fullkomiliga í samsvari við innihaldið í bókini. Oddný fær jú sáð og gitnað upp á heilan, og onkur lesari man hugsa: hetta er totalt yvirdrivið og helst skrøgg fyri undirhaldið, men sæð úr einum metaperspektivi og tvinnað saman við egnum royndum vil eg siga, at Oddný bara hevur fingið frummegina í sær at kóka – tað snýr seg um lív, at gerast við barn verður hennara ultimativa svar upp á lukku. Fái eg eitt barn, so kann eg doyggja glað og vita, at eg royndi alt, sigur hon. Bókin er skrivað sum dagbók, og vit sleppa at fylgja Oddný í hennara stremban eftir at gerast við barn. Sum lesari fylgi eg Oddný í hennara desperatu royndum fyrst at køva nøringstrongdina. Hon roynir at síggja vansarnar og ta stereo­t ypu myndina av eini kvinnu bundin av børnum, einsamøll við ongari hjálp frá nøkrum manni. Tað verður eitt argument fyri ikki at fáa børn. Hon vil heldur vera fræls lista­ kvinna og rithøvundur, og hon roynir at vera lesbisk, velja eitt lív saman við aðrari kvinnu við tí motivi at útihýsa og temja nøringartrongdina. Men onki riggar. Trongdin er so ógvisliga stór, og sum lesari fylgi eg henni fullkomiliga í jagstranini eftir kátum sáði. Mannjagstran Hugvekjandi og stuttligt, hvussu Oddný megnar at seta orð á forbodnar kenslur og tankar, tí frummegina hjá kvinnuni tosa vit jú ikki um. T.d. hvussu tilgongdin til mannfólk er. Hvussu hon metir teir sum brundir, teir vera skannaðir fyri styrki og nøringarevni, um teir eiga nógv nógva umsorgan í sær til at taka sær av einum barni og nógv nógvan stirðil í sær at vera menn. Hon finnur sær ein egnaðan mann. Hann er frískur, væl vaksin, blá eygu, intelligentur og umsorganarfullur … og so fylgja vit teirra desperatu ferð fyri at gerast við barn – ferðin er hennara, tí mannin síggi eg bara dinglandi aftnan á hennara tráan og helst kastreraður av øllum hesum ella mentalt avmonteraður, tí hann megnar jú ikki at ger hana við barn og verður vavdur inn í leitanini eftir einum hjálp­ ara, møguliga einum indianara, so tey kunnu gera okkurt gott fyri indianaraílegurnar.

Sum lesari fari eg við á hesa ferð, hvussu hon er í einum syklusi, hvar hon sveiggjar millum vón og vónloysi hvønn mánað. Hon roynir alt, bønarpulvur, spákonur, at gera góðar samfelagsgerningar, tí so vil lagnan geva mær eitt barn afturfyri, moralur og etikkur fer … allir menn verða sæddir sum potentielt sáð til at gera hana við barn. Oddný nemur við spennandi spurningar í bókini, sum eg haldi, vit kvinnur eiga at vera tilvitaðar um, at vit hava ávirkan á. Desperatiónin Hvat er tað til dømis, sum ger, at hetta at gerast við barn verður ein desperatión? Hví kann ein kvinna ikki bara koma til sættis við at liva eitt dygdargott lív við ongum børnum? Hvat er tað, vit kvinnur og allar kvinnur frammanundan okkum hava lagt í normin fyri tað „rætta lívið“ ? At vera mamma! Ikki tí, eg unni øllum kvinnum at gerast mammur. Tað er deiligt. Men spurningurin er, um tað er uppskriftin upp á tað góða lívið. Tað eru ikki børn, sum geva mestu eydnuna sambært nýggjari gransking, men sosialar relatiónir, sum kvalitetur er í. Øvund ella svartsjúka Øvund ella svartsjúka er eitt annað evni. Hon lýsir í bókini sína egnu svartsjúku – oftast fullkomiliga bannað at tosa um og sum liggur ósagt millum okkum kvinnur. Hon var til barnadóp og fór at bløða aftan á fertil­ itetsviðgerð. Hon sigur, at hetta var fyrstu ferð hon eymkaði seg sjálva, … eg kendi beiskleika og bládjúpa sorg, øvund ímóti børnum hjá øðrum og vakrar og trivaligar kvinnur … longdist eftir eini lítlari veru, at lata hjarta á mær upp, fekk mótboð ímóti familjuforminunum og kirkju­ forminum … øvund inn á alt og tankar um, at lívið er órættvíst ímóti mær. Limaskapur í kvinnuheimin Men skal eg hugsa um, hvat tað er, sum ger, at ein ikki kennir seg sum rætta kvinnu uttan børn, so er tað at fáa barn ein innliman í kvinnu­ verðina. Eg kendi tað, sum eg fekk limaskap hjá verðins kvinnum/ mammum ígjøgnum vøggustovu, skúla, barnagarð, mammubólkar, blæur, at kunna reypa um at eiga og fekk nýtt samband við mína egnu mammu og mannin ….. raska konan hjá mær og „eg riggi“, hugsar maðurin, eg havi gjørt mína skyldu her í verðini. Vald … tign, meining í lívið – eg tæni einum endamáli – tað eksist­ entiella meiningsloysið er minkað.

Henda bókin er kærkomin, tí hon gevur øllum teimum kvinnum, sum stríðast av øllum alvi at gerast við barn, sum liva í einum syklushelviti, millum vón og vónloysi, eina rødd – tá ið tað seksuella gerst ein skylda og ofta missir sítt njótilsi, og so hugsi eg um allar, sum eru í fertilitetsviðgerð – skulu fyrst fyllast við hormonum, síðani ísáðing, alt í einum kliniskum umhvørvi … hart fyri parlag og ikki minst samleikan og sum eg skilji út frá tøttum sambandi við nógv fólk, so er hetta ikki nakað vit tosa um. ◼

SPROTIN 2016 73


SPROTIN 2016

Tekstur JONHARD MIKKELSEN Bók TEY ÓSJÓNLIGU

Hugtakandi søga um, hvussu serlingar á ­útoyggj treiskast allan árskringin „Tey ósjónligu“ fer fram á Barroy ytst í einum flógva á ­Helgelandsstrondini og fer fram millum 1913 og 1928. Helst er oyggin ímyndað. Søgugongdin er kortini ikki íspunnin. Hon er grundað á høvundans egnu ætt í móðurlegg.

Á

Barroy liva hjúnini Hans og Maria Barroy, og tey eiga einans barn. Ingrið. Á oynni býr eisini Barbro, systir Hans, og eisini aldrandi pápi teirra. Ingrið er trý ár og skal doypast, og henni fylgja vit ígjøgnum alla bókina. Ein sterk kvinna, sum verður alt ov tíðliga vaksin, tí kørg kor og tilvildarligar umstøður fáa hana til tað. Pápasystirin Barbro er eitt rættiligt vill­ kvendi og er ikki væl skikkað til eintátt­aða og einsliga lívið har úti í flógvanum, hon vil meira, enn umstøðurnar har loyva henni – og ein dagin endar tað eisini galið. Bróðirin Hans hevur roynt at sloppið sær av systrina, skaffað henni eitt pláss í húsi inni á landi, men hon kemur út aftur nakað seinni við pápa­leysum barni í búkininum í staðin fyri. Eitt barn, sum verður ein ágrýtin og skilagóður drongur, sum tey sum frá líður ikki kunnu klára seg fyri uttan. Eftir kríggið (fyrra heimsbardaga) koma nakrir sviar út á oynna, og tá verður svensk­ arabrúgvin bygd. Eitt sterkt bygningverk,

74 SPROTIN 2016

sum skal standa har í allar tíðir, tí hon er gjørt úr gróti. Tað ger bryggjuhúsið ikki. Teir baksast við at fáa hetta húsið upp at standa, men illveðrið skræðir tað niður so hvørt – ein alsamur dystur við óvanliga harðliga veðrið her úti í flógvanum. Ovurstóran týdning fyri oynna hevur Lo­f ot ­­f iskiskapurin. Tey fáa smávegis inn­tøkur og mat til húsarhaldið frá húsdýra­ hald­ i num, men fiskiskapurin tryggjar teim­u m allar inntøkurnar. Tá ið menninir leggja til havs, vága teir lívið. Tú veitst ongan­ tíð, um tú sært teir aftur. Tíðin, áðrenn teir fara, er tí merkt av hesum spenta veruleika. Og so slær álvarssemið niður í tey. Ikki álvarin í ódnini, men ársins og oyggjanna langligi og grundleiggjandi skúli í einsemi. Brádliga eru tey færri, meðan menninir spæla happadrátt við deyðan. Hvønn einasta vetur látast 200 menn á sjónum. Tað verður ikki tosað hart um tað, men verður nomið við í hálvkvødnum vísum. Og soleiðis líða dagarnir í januar. Og tríggjar mánaðir aftrat.

Tað eru sterk fólk, ið her verða lýst, og kortini eru summi, sum ikki klára hetta lívið. Mamman, Maria, endar á sinnissjúkahús­ inum, men hon kemur tó heim aftur. Fína frúgvin, sum Ingrið varð send at halda hús hjá, kemur ongantíð út aftur, eftir at maðurin fór á heysin og helst mundi doyggja fyri egnari hond. Og brádliga verður lívið hjá Ingrið, sum ikki enn er vorðin rættiliga vaksin, fylt við ábyrgdini av tveimum børnum, sum eru uppvaksin í ríkidømi og sum nú mugu lata sær lynda alt tað fátæksliga, sum hon og húski hennara út á oynni eiga at bjóða … Tað er eitt fátæksligt lív, eitt helvitis lív … Lítið verður tosað, og ætlanir og dreymar halda fólk fyri seg sjálv. Hetta er ein bergtakandi skaldsøga. Lýsing­ arnar og málið eru so fullfíggjað: „Prestur kemur skundandi aftaná og verður standandi hugtikin av teirri hvítkálk­ aðu kirkjuni, sum er komin undan sum eitt bleikt frímerki undir teimum svørtu fjøllunum, har tær seinastu kavafannirnar líkjast tonnum í einum rotnum kjafti.“


SPROTIN 2016

Roy Jacobsen

TEY ÓSJÓNLIGU – Ingrið veksur upp á eini oyggj. Havið, fiskurin, illveðrið og fátæktin er hennara Ingrið veksur upp á eini oyggj. Havið er hennara ævintýr. Fiskurin, illveðrið, fátæktin. Hon eigur árstíðirnar, fuglarnar og sjónarringin. Ingrið má læra alt, sum eingin dugir longur. Ein dag noyðist hon enntá at læra uppaftur meira. Skaldsøga Útgivin í maj Edvard Olsen týddi úr norskum Kápusnið: Uppruna ISBN: 978-99972-1-188-0 Síður: 242

24800

Jacobsen er málsliga tryggur, lýsingarnar eru knappar og nógvur undirtekstur er, sum verður latið lesarunum at leggja meining í. Vit fáa eina ráa og harða lýsing, men høv­ und­urin brúkar ongantíð bíligar snildir og ráð at tala til lesaranna kenslur. Tú ivast held­ur ongantíð í, at soleiðis sum hann lýsir kørgu um­støðurnar – akkurát soleiðis man tað hava verið hjá teimum, ið búleikaðust so langt frá fólki, so langt út ímóti teimum ytstu flógv­um, sum til ber. Eingin man kortini skilja hesi fólkini betur enn føroyingar, vaksnir upp á bygd. Bygdar­ fólk, sum hava havt seyð og neyst og bát. Sum hava røkt bát og gørn og línur og líggjar – øll tey amboð, sum vórðu brúkt í gerandisdegnum, meðan røkt vóru bjørg og skorar og hagi og bøur. Skera torv, fáa hoyggið til høldar, kasta nót, á kyrrindir. Gerandisdagur við arbeiði, sum lagað varð eftir árstíðunum – hvør árstíð sínar skyldur og sína røkt – ár út og ár inn við sama fasta stevi.

Á MARKNAÐINUM Í 2017

HVÍTT HAV

ROY JACOBSEN

HVÍTT HAV er framhald av TEY ÓSJÓNLIGU. Hesa ferð spennir Roy Jacobsen eitt uppaftur størri lørift upp og gevur okkum eina hugfangandi skaldsøgu, har mangt og mikið hendir eitt lagnuár í norskari søgu. Árið er 1944. Ingrið er komin út aftur á sína barndóms­ oyggj og heldur, at hon er einsamøll. Hon setir gørn og ger seg út at taka ímóti vetrinum. Hon klívur upp um girðingarnar, sum tá ið hon var barn. Men hon er einki barn. Og heilt óvæntað upplivir hon kærleikan nakrar brennandi inniligar vikur henda veturin.

SPROTIN 2016 75


SPROTIN 2016

Tekstur Þóra Þóroddsdóttir Bók Atvent (útgivin í 2015)

FJALLA-BENSI TENDRAÐI EISINI SÍNI LJÓS Sum øll sonn listaverk er „Atvent“ eitt fyribrigdi, ið tú ikki fært at passa inn í eitt skjal, enn minni at geva tí ein rættan bás at liggja á, ei heldur at handfara við reinum skili – og so slettis ikki tá ið tú ert uppvaksin á víddun­um sjálvum við Fjalla-Bensa inni í tær og alt í kring.

S

iti og surfi, sveimi yvir hav á alnetinum, alheimsfyribrigdinum, ið til ber at hugfara hóast handfaring er burtur úr vón og viti. Í nátt eru hálvtannaðhundrað fólk deyð niðri í París, tí annars so deiliga livandi býnum, og eg skilji ikki hví, men fram fyri meg rennur ein gomul vinkona, ið kom á gátt, snøggað og í sunnudagskjóla, fyri nú skjótt nógvum árum, at sleppa at síggja netið. „Hvar er netið“, hevði hon tráspurt frammanundan. Vit gjørdu eina roynd báðar, men lítið bar til, so tað bleiv til ein kaffimunn og prát um veður og vind – ein deiliga hugnalig løta, sum so mangar aðrar við tí konuni. Veit ikki akkurát hví, men júst henda løtan rann mær til hugs, tá ið eg varð uppringd og spurd, um eg kundi greiða frá um Atventina hjá Gunnari Gunnarssyni. Ja, um hvat? Um søguna, innhaldið, umhvørvið, verður svarað. Sum øll sonn listaverk er Atvent eitt fyribrigdi, ið tú ikki fært at passa inn í eitt skjal, enn minni at geva tí ein rættan bás at liggja á, ei heldur at handfara við reinum skili – og so slettis ikki tá ið tú ert uppvaksin á víddunum sjálvum við Fjalla-Bensa inni í tær og alt í kring. Fyri mær hevur adventin altíð verið beint upp undir jól. Ikki tað langa heystið við stormi og regni, hvítum ælum á tindum og glinsandi gráma á sjónum. Adventin byrjar við einum árliga afturvendandi spenningi aftan á døgurða tann fýraogtjúgunda desember, tá ið jólaljósini á tí gomlu ketuni í kassanum uppi á ovasta lofti ikki vilja lýsa. Ein steindeyð litfarin fløkja av leidningum og lívleysum perum. Barnið hevur hug at lippa, og góð ráð eru dýr. Koyrilíkindini eru ikki til útferðir, men alt annað verður lagt til viks og eg sleppi við pápa í jeppinum suður dalin at finna Óskar á Laugum. Óskar, ið ikki er rættiliga ein av okkum, tí hann er av Suðurlandinum og hevur marglitt klisturmerki á bilrútinum aftan frá tí tíðini, hann koyrdi suður gjøgnum alt Evropa, ítróttalærarin við barnaskúlan í hesum lítla bygd­arlagnum, og bøndurnir herma eftir honum og hansara sunnlendska „eidd dvey, eidd

76 SPROTIN 2016

Endurútgáva

14800


SPROTIN 2016

dvey“. Líkamikið. Hann er maðurin, og løtan er hansara, tí Óskar eigur eitt undurfult amboð, ið dugir at lodda. Barnið bíðar í ovurhondsstórum spenningi, ið aldri er farin til fulnar úr kroppinum. Fer tað at eydnast? Verða tað jól, ella verða tað eingi jól. Og hvørt ár, allarseinast í advent, ja, beint áðrenn tímaglasið verður tømt og alt kann gera tað sama – eydnast tað tí tilflutta Óskari og hansara undurfullu leidningum og klemmum at tendra ta gomlu ússaligu fløkjuna. Tað ber til at anda og smílast, at ynskja gleðilig jól og fara aftur ta longu leiðina heim til húsa at festa eitt lítið jólatræ úr plasti á ein kassa, seta eitt tungt lodd í botnin á kassanum og binda træið fast uppi á honum – at tendra ljós. Advent. So verðslig, so viðkvæm og viðbrekin, so spennandi og viðkomandi, so torfør. Ein torfør uppgáva – ymiska lætt at loysa. Fjalla-Bensi tendraði eisini síni ljós. Tann tigandi arbeiðsmaðurin við teimum djúpu kenslunum og tí serstaka ansinum fyri náttúruni, óendaligu víddunum, tí minsta skapninginum. Eg sá hann ongantíð, men hann var har. Millum manna. Eitt bæði loftkent og ítøkiligt fyribrigdi. Ein tigandi garpur. Ein maður, ið var góður við hundin hjá sær, brundseyðin og við ánna og lombini, ið vóru á fjalli. Fyri føroyingin eru víddirnar á Norðurlandinum ikki til at hóma og enn minni at skilja. Reykjahlíð, grannagarðurin hjá Fjalla-Bensa, er yvir 6000 ferkilometrar til víddar, og garðurin, eg eri ættað frá, er okkurt um 1200 ferkilometrar. Mestalt torført oyðilendi, grótbræðing, sandar og oyða. Hendinga stað eru vinaligar spríkjandi keldur og gróðurlendisteigar alt í kring. Í dag eitt kannað, uppmátað og fjølgranskað øki – tá í tíðini eitt mark millum menniskjað og huldufólkini. – Eitt lendi til útlagdar seyðatjóvar og sveimandi trøll, dreygar og ýlandi upplivingar. Tá ið tað goysti og skalv, vóru gudarnir vreiðir, og tá ið máni og norðlýsi spældu við stjørnur og blanka fonn, vóru dísarnar kátar. Hagar upp leitar Fjalla-Bensi í heilum. Hann hevur sterkan alsk til náttúruna og alt, ið livir og grør, eitt reystmenni, ið ikki hóskar til fulnar til tann trongskipaða gerandisdagin. Vit hoyrdu mangan um hann børnini og vistu ongantíð reiðiliga, um hann var eitt tekin ella kanska bara ein partur av einum ævintýri, tí so reystur var hann, men tó ikki beinleiðis hættisligur sum útiløgumenninir. Og altíð kom hann afturíaftur og mangan við tí dýrmætasta fongi, ið hugsast kann: Einum livandi seyði, ið annars hevði verið grivin í eini fonn, ella einum gimburlambi, ið hevði rent seg fast í einum hættisligum gili ella vilst inn í ein skúta. – Reystmenni, søgdu teir, ein innanhokin úrmælingur og kanska als ikki til. Bara ein søgn ella ein søga. Eitt sveimandi fyribrigdi og ein spennandi tanki. Men, jú, hann var til, og gjøgnum søguna hjá Gunnari, Atvent, varð hann ódeyðiligur, seldur í millión eintøkum á tjúgu ymiskum málum vítt um í verðini. Eg kendi hann eisini. Ikki í holdi og blóði, men gjøgnum systur hansara Stefaníu Sigurjónsdóttur, Stebbu, ið kom sum arbeiðskona til langabba mín og langommu, tá ið tey fingu eitt av sínum fýra børnum, Sólveigu, ið vísti seg ikki at búnast sum hini børnini, var seingjarbundin fyri lívið og hevði ikki vanligt vit og skil. Stebba kom til tey sum ung kona og tók sær av hesum barninum, ið sjáldan kom av loftinum, lá mest í seingini, og fekk aldri førleikan at ganga. Hon mataði hana, vaskaði henni, læt hana í, murraði fyri henni, dandaði

og streyk og svav á bríkini framman fyri hana í samfull fjøruti ár. Einaferð fekk hon frí í tveir dagar, helst ein jarðarferð onkra aðra staðni í hesum stóra landinum, og tá ið hon kom aftur, hevði eingin fingið blund í eygað, tí lítla Solla hevði rópt og skrálað út í eitt dagar og nætur á tamb. Tær báðar svóvu upp á loftinum í teimum gomlu, stóru Sýslumans­ húsunum, ið við tíðini hýsti trimum og fýra ættarliðum, og fyri eina smágentu sum meg vóru hesi húsini eitt ævintýr í sær sjálvum. Men hvussu so er og ikki, livdi Solla í meiri enn fjøruti ár, og alla tíðina var Stebba har. Tá ið av tornaði, og einki var eftir uttan mánin og stjørnurnar, skal langabbi mín Steingrímur hava kallað Stebbu inn til sín og takkað henni fyri trúfasta tænastu, tí nú var hon altso leys, har var ikki meiri at gera. Vert er at viðmerkja, at tá í tíðini var ein sýslumaður ein sýslumaður við gyltum knappum og myndugleika av óvissari og óendaligari náði og stødd, men hesuferð var ikki so. Lang­ omman, ið sjálvsagt livdi í skugganum av einum manni, og í hesum førinum myndugleikanum sjálvum, varð ikki ill men so dansiterandi óð. Tey mintust tað ommubørnini hjá henni, mamma mín og tey, ið búðu inni saman við pápanum og mammuni uppi á kvistinum undir liðini á Sollu og Stebbu allan sín barndóm og unglingsárini við. Ja, langomman hevði loyst av og leikað í, so sjálvt sýslumansbeinini fóru upp at ristast. Endin varð eisini, at Stebba varð verandi, varð ein avgomul kona og fylgdi við abba og ommu, tá ið ættarliðið frammanundan var farið um sýn og tíðin komin til at finna sær sítt egna. Og tá ið eg var lítil, var Stebba gomul, og eg slapp at sova innanfyri hana í seingini í lítlu íbúðini hjá abba og ommu. Tað var heitt, og tað var fjálgt, bleytt og trygt, og tá ið hon varð heilt gomul, slapp eg at mata hana, geva henni havragreyt hvønn morgun. Soleiðis kann advent vera so ymiskt og kann nerta á sín egna hátt. Tú kennir hetjur uttan at vita av tí og minnist innast innan úr tær eina gamla konu, eina skeið og eina stóra tungu. ◼

SPROTIN 2016 77


Fleiri av okkara bókum fáast eisini sum e-bók / ljóðbók. Sí úrval á sprotin.fo

ÚTGÁVUR SPROTANS A–OY


Keyp bøkur á sprotin.fo og fá 10% í avsláttri

ÚTGÁVUR SPROTANS A-OY

14900

19800

19800

18800

ÚTSELD

16900

16900

18800

3800

29800

ÚTSELD

14800

18800

14800

17800

18800

24900

12900

19800

18800

18800

18800

18800

ÚTSELD

ÚTSELD

Fleiri av okkara bókum fáast eisini sum e-bók / ljóðbók. Sí úrval á sprotin.fo

SPROTIN 2016 79


Keyp bøkur á sprotin.fo og fá 10% í avsláttri

ÚTGÁVUR SPROTANS A-OY

80 SPROTIN 2016

16900

15900

14800

12900

12900

19800

9800

22900

24800

22900

18800

16900

18800

14900

19800

27800

18800

12900

18800

ÚTSELD

12900

14900

18800

24800

6000

Fleiri av okkara bókum fáast eisini sum e-bók / ljóðbók. Sí úrval á sprotin.fo


Keyp bøkur á sprotin.fo og fá 10% í avsláttri

ÚTGÁVUR SPROTANS A-OY

19800

9800

24800

18800

4900

18800

12900

18800

19800

14900

14800

16900

19800

29800

34800

22000

16800

18800

16900

29800

8800

19800

18800

19800

18900

Fleiri av okkara bókum fáast eisini sum e-bók / ljóðbók. Sí úrval á sprotin.fo

SPROTIN 2016 81


Keyp bøkur á sprotin.fo og fá 10% í avsláttri

ÚTGÁVUR SPROTANS A-OY

82 SPROTIN 2016

16900

3800

ÚTSELD

18800

ÚTSELD

15900

24800

16800

49800

14900

19800

17800

24800

ÚTSELD

14900

19800

24800

18800

18800

18800

29800

19800

E-BÓK

19800

ÚTSELD

Fleiri av okkara bókum fáast eisini sum e-bók / ljóðbók. Sí úrval á sprotin.fo


Keyp bøkur á sprotin.fo og fá 10% í avsláttri

ÚTGÁVUR SPROTANS A-OY

19800

19800

18800

19800

19800

18800

29800

ÚTSELD

19800

14800

LJÓÐBÓK

19800

19800

19800

12900

19800

19800

ÚTSELD

16800

24800

ÚTSELD

24800

18800

17800

18800

Fleiri av okkara bókum fáast eisini sum e-bók / ljóðbók. Sí úrval á sprotin.fo

SPROTIN 2016 83


Keyp bøkur á sprotin.fo og fá 10% í avsláttri

ÚTGÁVUR SPROTANS A-OY

84 SPROTIN 2016

12900

16900

16900

19800

19800

19800

22900

24800

11000

16900

29800

29800

19800

14900

19800

22900

22900

11000

11000

19800

18800

18800

18800

19800

ÚTSELD

Fleiri av okkara bókum fáast eisini sum e-bók / ljóðbók. Sí úrval á sprotin.fo


Keyp bøkur á sprotin.fo og fá 10% í avsláttri

ÚTGÁVUR SPROTANS A-OY

19800

19800

19800

18800

6800

16900

14800

29800

16800

19800

14900

49800

17800

17800

17800

19800

17800

19800

ÚTSELD

24000

24000

29800

19800

19800

19800

Fleiri av okkara bókum fáast eisini sum e-bók / ljóðbók. Sí úrval á sprotin.fo

SPROTIN 2016 85


Keyp bøkur á sprotin.fo og fá 10% í avsláttri

ÚTGÁVUR SPROTANS A-OY

86 SPROTIN 2016

14900

18800

14900

14900

18800

ÚTSELD

18800

18800

16900

19800

12800

18800

18800

ÚTSELD

18800

18800

18800

18800

19800

19800

12900

14800

18800

12900

19800

Fleiri av okkara bókum fáast eisini sum e-bók / ljóðbók. Sí úrval á sprotin.fo


Keyp bøkur á sprotin.fo og fá 10% í avsláttri

ÚTGÁVUR SPROTANS A-OY

18800

ÚTSELD

19800

18800

19800

12900

19800

ÚTSELD

12900

19800

6800

44800

29800

14900

12900

18800

18800

12900

16200

18800

14900

ÚTSELD

16900

24800

12900

Fleiri av okkara bókum fáast eisini sum e-bók / ljóðbók. Sí úrval á sprotin.fo

SPROTIN 2016 87


Keyp bøkur á sprotin.fo og fá 10% í avsláttri

ÚTGÁVUR SPROTANS A-OY

88 SPROTIN 2016

ÚTSELD

24800

18800

19800

14800

22900

22900

22900

19800

ÚTSELD

18800

14900

29800

16900

18800

19800

19800

ÚTSELD

E-BÓK

24800

19800

18800

19800

18800

24800

Fleiri av okkara bókum fáast eisini sum e-bók / ljóðbók. Sí úrval á sprotin.fo


Keyp bøkur á sprotin.fo og fá 10% í avsláttri

ÚTGÁVUR SPROTANS A-OY

19800

14900

18800

22900

22900

18800

18800

8800

14900

14800

14800

19800

19800

18800

14900

12900

14800

29800

29800

29800

14900

14900

9800

18800

20000

Fleiri av okkara bókum fáast eisini sum e-bók / ljóðbók. Sí úrval á sprotin.fo

SPROTIN 2016 89


Keyp bøkur á sprotin.fo og fá 10% í avsláttri

ÚTGÁVUR SPROTANS A-OY

19800

15800

17900

49800

ÚTSELD

18800

18800

18800

Dámar tær at lesa góðan skaldskap á føroyskum? – Sum limur í bókaklubba Sprotans kanst tú keypa 5 skaldsøgur um árið – Tú fært 20% avsláttur av øllum bókaútgávum á sprotin.fo

Tekna teg sum lim á sprotin.fo

90 SPROTIN 2016

Fleiri av okkara bókum fáast eisini sum e-bók / ljóðbók. Sí úrval á sprotin.fo


Keyp bøkur á sprotin.fo og fá 10% í avsláttri

ÚTGÁVUR SPROTANS A-OY

8000

b 21 x h 29,7 cm (A4)

7500

8000

b 21 x h 29,7 cm (A4)

b 29,7 x h 42 cm (A3)

Keyp plakatir á sprotin.fo Gev gætur: Ramma er ikki við í prísinum

14900

b 50 x h 70 cm

14900

b 50 x h 70 cm

7500

b 59 x h 42 mc

14900

b 50 x h 70 cm

7500

b 59 x h 42 cm

Fleiri av okkara bókum fáast eisini sum e-bók / ljóðbók. Sí úrval á sprotin.fo

7500

b 59 x h 42 cm

SPROTIN 2016 91


Lomvigaregg

Lomvigi รก vetri

Lomvigaungi Lomvigi รก sumri


ÚR FUGLABÓKINI MIKKJAL Á RYGGI

D. P. Danielsen sigur frá, at ­ ikkjal visti um eitt spógva­par. M Tá ið ungarnir høvdu fingið rætta litin, tók hann ein teirra við heim. Spógvamamm­an fylgdi við og fleyg og læt har, til Mikkjal var liðug­ur at mála. So fóru øll trý norður aftur til reiðrið. Mynd: Hanna Mikkelsen / Johan Elias M ­ ikkelsen, Gásadalur

Ung havørn


Fleiri og bíligari ferðaseðlar

KEYPMANNAHAVN BILLUND AALBORG BERGEN EDINBURGH REYKJAVÍK

Nú kanst tú keypa eina beinleiðis ferð til Danmarkar, Reykjavíkar, Bergen ella Edinburgh fyri bara 699 kr. íroknað øll avgjøld. Somuleiðis eru nú fleiri enn 100.000 ferðaseðlar til sølu fyri undir 1.000 kr. á øllum okkara Danmarkar- og NORÐ-rutum. Keyp ferðina á atlantic.fo

*) TREYTIR FYRI 699-FERÐASEÐILIN 699-ferðaseðilin skal keypast í minsta lagi 60 dagar undan fráferð. Kann ikki broytast ella endurgjaldast. Prísurin er galdandi hvønn vegin á beinleiðis rutunum millum Føroyar og Danmark og einvegis úr Føroyum til Reykjavíkar, Bergen og Edinburgh. Prísurin á heimferð á NORÐ-rutunum kann vera skiftandi, av tí at ferðaavgjøldini í ávísa landinum verða umroknað frá gjaldoyranum á staðnum. Allir prísir eru galdandi, tá tú keypir á atlantic.fo.

Profile for Sprotin

Sprotin 2016  

Hjartans tøkk fyri bókaárið, Orð og tónar og alt orðabókasamskiftið í 2016

Sprotin 2016  

Hjartans tøkk fyri bókaárið, Orð og tónar og alt orðabókasamskiftið í 2016

Profile for sprotin
Advertisement