Page 1

Arne Falk-Rønne

Í fótafari Paulusar


1. Hvørt kvøld, ein hálvan tíma fyri sólsetur, koma boð frá Ismail, ið er karavanuleiðari, at nú er tíð at tjalda. Dagin á tamb hevur hann gingið undan kamelunum, gongulagið so skikkað, at tú kundi kanska hildið hann lært seg nýggj dansistig. Nú er komin løtan tann, okkum hevur longst eftir; hann vendir sær á, sveiggjar stavin, og øll vita, hvat tað merkir, bæði menniskju og djór. Eftir eintáttaða gongd frá tí, sólin reis, lívast alt upp, bæði fólk og fæ, men enn er ikki alt, minni enn so. Hvør hevur nú sítt at gera, og tað liggur fast. Tjaldspenni eru fest og táttað túsund ferðir sum eina og steyrarnir havdir í hondum eins ofta. Tjøldini, vovin úr geitarull, eru í skýmingini átøk lágbeintum, svørtum djórum, sum eru farin á føtur. Gentur og dreingir renna frá einum djóri til annað og binda frambeinini. Nú er ikki at bíða, og tey eru eins kvik og sjómenn, ið gera fast. Annars er mangt og hvat vøruflutningi á kamelum á Anatolslættanum viðvíkjandi, ið minnir um viðurskifti umborð á farmaskipum, sum sigla um okkara leiðir. Ein galeasa ella ein skonnart rullar, tað kann ein kamelur á ein hátt jú eisini, og hóast eg ikki siti á kameli, men gangi undir liðini á einum, kenst tað ikki sørt sjóverksligt allan samlan dagin at síggja eina klyv tveir metrar longur uppi alla somlu tíðina fara av aðrari lið á hina, og Anatolslættin kann væl sammetast við eitt hav sum Kattegat. Víddin er á leið hin sama. Tá ið farast skal um Taurusfjøllini, 9


gjøgnum trongar gjáir og oman á láglendið við Miðjarðarhavið, kann væl vera eins tvørligt at finna rætta leið har, sum tað er at fara gjøgnum eina siglingarrennu. Eg veit ikki, hvat ein slík skúta tekur, men tað sigst, at 12 kamelar kunnu bera ein tíggjundapart av tí, sum fæst í ein jarnbreytarvogn, og eftir tí at døma skulu 120 kamelar til at bera somu nøgd. Í hvørjari karavanu er ein leiðari, ein bey. Hann er bæði skipari og reiðari. Hann syrgir fyri at fáa førning, og sjálvur gongur hann á odda og sveiggjar við stavinum. Karavanan flytur ull, brenni, gomul bildekk, stykkjagóðs til fjarskotnar bygdir á steppuni ella í fjøllunum, og tá serliga bygdir, ið ikki hava annað samband við umheimin enn hetta. Ismail er gott dømi um ein slíkan kamel-bey, og flutningsfyritøkan, hann hevur, er ein æðr í turkiska samfelagnum. Flogfør hava sínar avmarkingar, bilar sleppa ikki allastaðni, tok heldur ikki, men einum kameli fær neyvan nakað forðað. Teir fara um mørk, ið halda nútíðar flutningstólum aftur, og Ismail og menn hansara hava við sær søgur og tíðindi, sum teir lata sodna á tí longu ferðini, og tá ið teir so eina kvirra kvøldarstund saman við bygdarfólkinum sita við eldin, kemur hetta fram. Ismail er neyvan ríkmaður, men ríkur menniskjaliga hugsi eg, ein væl kann siga, hann er. Hann livir í sínum arbeiði og hevur síni næstu hjá sær. Sjálvt gamla omman, Múzeyin, er við á ferðini. Hon hevur ein asna, og hon er so errin og fegin um hann, at tað í so máta man vera minni munur á henni og millióningafrúuni, ið hevur ein Cadillac standandi í túninum. Ismail setur tjøldini, har hann vil. Einasta treyt er, at vatn fæst, og heim hansara er tilvildarlig støð, har tey dimmu tjøldini standa einar tvær-tríggjar nætur, og djórini bíta tað lítla av vøkstri, ið er, og húsfólkið ger tað, ið vanligt er at gera um dagarnar á ferð sum hesari, og tá ið myrkt er vorðið, stígur 10


roykur upp frá eldinum, og tað hoyrist rómur frá kátum fólkum og leikandi børnum. Tað er nú ikki einki, tað, ið kvinnurnar fáast við, tí hetta ferðalagið er í grundini eisini ein vaskifyritøka. Ismail fær ullina, sum hon er, tá ið roytingin er liðug. Skarn, tornar, lýs, smágreinar og bos, sum seyðurin hevur vavt upp í seg, er alt uppií. Hesa ferð gongur leiðin til Tarsus, og tá ið Ismail letur ullina frá sær, skal hon vera vaskað; tað arbeiðið gera konufólkini, og gerst tað neyðugt, má ungfólkið taka hondina í. Hvørt kvøld verður ull sett á blot, morgunin eftir er at berja ella sláa í hana við einum hóskandi áhaldsi, skola, berja, aftur skola, aftur at berja – og skola, til ullin er rein. Síðan verður hon turkað, rusk hentað burturúr, og áðrenn hetta góða tilfar kann verða spunnið, er neyðugt at karða, so bygdarkonurnar kunnu fáa tógv til teppi ella tjøld, og soleiðis eru eysturlendsk teppi, sum liggja á stovugólvum í vesturheiminum, vorðin til. Tey eru mest sum doypt, kann ein kanska siga, við onkran brunn í oyðimørkini. Eingin fær at eta, fyrr enn ullarstarvið er av, og sólin er langt síðan farin niður og mánin komin upp, tá ið matur fæst: Seyðakjøt við rísi á blikkføtum og geitarosti afturvið. Móð og troytt eftir dagsins stríð og strev, men helst væl nøgd um tilveruna, taka tey til sín av føtunum, og tey ropa hart og týðiliga, annars eru tey ikki fólkalig. Kvinnurnar hava ikki slør, og tær eta saman við monnunum mótvegis tí, sum er siður manga aðrastaðni í Turkalandi. „Vit eru eydnuríkar og fegnar,“ sigur kona Ismail, hon er ung og væl í holdum, „tí menn okkara vita við sær sjálvum, at vit hava sál!“ Sjálvandi gerst ein bilsin av at hoyra slíkt, tí í muslimskum londum verða køttar og kvinnur søgd at hava onga sál, og ein kvinna kann ikki tala við mann, uttan at maður ella bróðir hennara 11


er hjástaddur. Men í øðrum hevur Ismail gamlan turkiskan hugsanarhátt. Ikki talan um, at synirnir sleppa at roykja eina sigarett, har hann er. Vilja teir roykja, mugu teir stinga seg burtur, krógva seg aftur undir kamelunum, kanska! Eg havi sjáldan hitt so tíðarleys fólk; Ismail og húsfólk hansara tykjast at hava tíð – góða tíð. Eins og hann og kamelarnir, soleiðis hevur undan honum eitt ættarlið fyri og annað eftir ferðast á hesum fløtum eins leingi, og tamir kamelar hava verið til. Ein av hansara forfedrum kann áður í fyrndini hava farið við karavanu, hava havt te sum førning og fingið hann um Taurusfjøllini, ein annar silki. Ismail og ætt hansara hava altíð havt hetta starv. Nú er hann á veg við ull til teppi- ella tjaldframleiðslu í og uttan um føðibý Paulusar, Tarsus. Ein av ættfedrum hansara er uttan iva farin somu leið fyri 2000 árum síðan við ull til faðir Sauls, ið helst var væl fyri peningaliga. Hann framleiddi jú teppi og tjøld, og sum tíverri – sæð við jødiskum-fariseiskum eygum – á gamalsaldri hevði ta stóru sorg at síggja sonin fara fyri einki! Vit báðir, Osman Yapici, tulkur mín, og eg, hava nú í fimm dagar verið á ferð fram eftir anatolsku fløtunum saman við Ismail og ætt hansara. Bilurin stendur í Tarsus, men áðrenn eg seti meg við róðrið og fari undir ta longu ferð í fótaslóð Paulusar, vil eg vita, hvussu hann hevur ferðast – á turrum. Í forntíðini brúktu vanlig fólk handilssambandið, tá ið tey skuldu ferðast, og soleiðis er enn mangastaðni í arabiskum londum. Helst hevur Paulus farið mangar ferðir við ullarkaravanu, ja, hann hevur kanska kent sjálvan bey’in, leiðaran ella skiparan, ið væl kann hava verið á vitjan í heimi hansara, og kanska er loyvt at seta fram tann møguleika, at tátíðar langfarasjaførar, sum Paulus mangan man hava hitt á ungum árum, hava lagt í hann fyrsta fræið, ið føddi hugin at fara út 12


í verðina at vita, hvussu har var vorðið. Væl veit eg, at tað er torført at fáa burtur tað tám, nútíðin hevur lagt á tað, ið fortíðin goymir, men í hesum petti av ferð míni í slóð hins stóra trúboðara kenst tað, sum at Ismail og fólk hansara hava mest sum teknað mær eina fyrimynd av Paulusi á ferð. Í forntíðini gingu fólk, gingu í orðsins sanna týdningi (tá ið eingin møguleiki var at sigla), og neyðugt er at koma upp at okkara døgum, áðrenn nøkur broyting hjá vanligum fólki er at síggja. Líka til fólk fingu ráð at keypa sær eina súkklu, eitt prutl ella kanska ein bil, vóru tey noydd at ganga. Onkuntíð var ein kjansur at seta seg á eitt reiðdjór, men tað var bara sovorðið, ið henda seg kundi. Men Paulus var fyrst og fremst ferðamaður. Ápostlasøgan sigur eisini frá, at hann við hvørt siglir (og skipið ferst), men ongastaðni stendur, at hann ríður. Tá ið hann boðaði gleðiboðskapin, var hann til gongu. Um hesa steppuna fór hann mangan og tók lut í karavanuarbeiðinum, og hetta var hansara leið út í heimin, tá ið hann bað Tarsus, heimbýnum, farvæl. Tað, hann tá sá – og tað, vit nú síggja – man hava fest seg í minnið. Eins og vindurin hevur blást í 2000 ár, blæsur hann enn við sama lag og koyrir undir aldurnar á Tuz-Gölüvatninum – ella rættari Tuz-Gölü-sjónum. Vatnið er salt, tí har er einki frárensl. Á Taurusfjøllunum er altíð kavi, og kambarnir eru teir somu. Útsjóndin á kamelum og asnum er hin sama sum áður. Langt burtur í ein eystan, haðan, vit nú eru staddir, er ein asfaltvegur; telegrafsteyrar standa framvið, men hann sæst ikki hiðani. Skal fáast ein mynd av gerandisdegi Paulusar og samstundis ein fatan av orðum hansara, er neyðugt at førka burtur aldagamlar gudfrøðiligar útleggingar. Ein má gera sær greitt, hvat tað merkir at ganga, og har hevur nútíðarmenniskjan 13


nærum mist ella slept. Tann gleðin er burtur! Ismail hevur nógv at læra okkum; hann dugir væl at greiða okkum frá, hvussu var vorðið, tá ið lidnar øldir enn vóru ókomnar. Har hevur Paulus gingið, í vátaslettingi, í brennandi sól, og somu leið fer Ismail. Hann kann vera kátur í huga, men neyvan er so statt hvørja løtu, og hvussu hann peiggjar við stavinum, kann, sum hann gongur á odda fyri fylgi sínum, benda á, hvussu hýrurin er. Hann gongur og gongur, allan dagin, frá tí, eygað er opið, til tað á kvøldi lokast av møði. Tó er tað at siga, at hevur hann onkun dagin verið ónøgdur og bitið frá sær, skal ikki tað standa eftir og í myrkrinum gálva. Nei, hann vil hava slætt borð: „Sólin skal ikki seta yvir ósemju millum erligar menn!“ sigur hann. Dagin fyri hvíludagin etur hann so hjartaliga, etur nógv og drekkur hartil, „tí vit vita ikki, um Allah hevur boð eftir okkum í morgin“. Tá ið konurnar skulu føða, ganga tær, til verkirnir koma. Einar tveir dagar eftir, at barnið er føtt, eru tær aftur á fótum, heingja barnið upp í ein kamel ella hava tað í einum knýti á bakinum. So aftur til gongu. Og eitt menniskja, ið kennir á sær, at dagarnir fara at fækkast, fær ein hjálparasna, ið kann lætta tilveruna, men tey eru tó ikki fá, ið heldur vilja ganga, til tey møta deyðanum. Karavanufólkið man frá fyrndini hava verið nomadar, og mong orðatøk sipa til tað at ganga. Orðafellið „Eins tankatómt og ein biltúrur“ hevur ikki so mong ár á baki. Munandi eldri man hetta vera: „Hugsa, meðan tú gongur“, og væl kann tað hava verið galdandi fyri Paulus, og væl kann eisini vera, at tankar og orð í trúgv okkara eru vorðin til á endaleysum gonguferðum sum hesari. „Gud elskar ein glaðan gevara“, „Berið byrðar hvør hjá øðrum“, „Peningagirnd er rótin til alt ilt“, „Latið ikki sólina seta yvir vreiði tykkara“, „Fyri hin reina

14


er alt reint“. Kanska eru hesi orðafelli fødd, tá ið Paulus ferðaðist við karavanu á hesum leiðum. „Eri eg ov troyttur at hugsa, tá ið vit tjalda,“ sigur Ismail, „gangi eg millum djórini, tíma eftir tíma, til eg havi loyst tað, eg vildi loysa!“ Mundi Paulus kenna hetta sama? Mundi hann ganga runt um kamelar á Anatoliu-steppuni í mánalýsi leitandi eftir orðum, hann seinni brúkti í brøvum til kirkjuliðini? Ein morgun koma vit til høvuðsvegin millum Ankara og Damaskus, nær Silikisku Grindini (ein trongi í Taurusfjøllunum), sum í forntíðini var meginleiðin fyri allan handilsflutning úr Næreystri gjøgnum Anatoliu og longur fram til Grikkalands og Róm, og ikki eru so fáir viðgitnir stórmenn í heimssøguni, sum eru farnir hesa somu leið. Uml. 500 ár fyri Kristi føðing fór persakongurin Darius henda vegin á krígsferð síni móti skýttum, og uml. 200 ár seinni hoyra vit um Alexandur Mikla. Fáar dagsferðir hiðani hevur hann svørðið á lofti og høggur hin gordiska knútin. Høvuðbrýggj og tíðarspell vóru ikki hansara! Somu leið dragsaðu múldjór silki-, og kryddurtaklyvar og annað mangt. Alt, sum var ávegis til Evropa, fór henda vegin. Harun-al-Rashid úr 1001-nátt fór á síni longu ferð úr Bagdad gjøgnum Pylae Ciliciae at krevja Nikeforus keisara í Bysans eftir skatti – og storkurin leggur um várið ávegis sunnanífrá leiðina gjøgnum skarðið í Taurusfjøllunum. Tað var her, Paulus á flestu ferðum sínum legði til brots. Navnið grind er beinrakið at brúka um hetta skarðið, ið er einar 20 metrar breitt; har er stelt berg til báðar síður, og í hesi skýmligu gjógv fer áin Tsjakyt fossandi. Vatnið er kavin, sum bráðnar í 4000 metra hædd, og dugdi hon at siga frá, hevði hon uttan iva vitað eitt ótal av søgum frá fólki í dølum

15


niðan móti kavamarkinum, har lívstreytir og viðurskifti annars munnu vera lítið broytt, síðan Paulus var á døgum. Her í sjálvum skarðinum savnast allir løkir og allar áir í meldri og streymi, ið taka næstan alt plássið í tronganum, men einum hampiligum vegi, ið er lagdur við asfalti, hevur kortini verið pláss fyri. Áður var hann ei annað enn ein ill gøta, ið seinni varð bøtt og hampað, men nútíðin hevur, sum sagt, lagt góðan, breiðan koyriveg um skarðið – sum ein hill, ið er høgd inn í bergið. Nútíðar byggifrøðingar hava gjørt eina brúgv um ánna; hon er um 50 ára gomul, men gamla brúgvin, ið er fáar metrar frá hini nýggju, er enn til skjals, og hon man vera meira enn 2000 ára gomul. Karavanan hjá Ismail fer yvirum eftir hini nýggju brúnni, men snarar síðan aftur inn á ta gomlu gøtuna, og stutt eftir síggja vit oman yvir subtropiskt lendi: Tað aldagamla, fruktargóða Cilicien liggur fyri okkum opið, og langt burtur á mýrilendinum, ið eygað valla tekkir, var áður landsins høvuðsstaður, hin stóri og nógv umrøddi Tarsus.

16

Profile for Sprotin

Í fótafari Paulusar eftir Arne Falk-Rønne  

Í fótafari Paulusar er ferðabók. Ein bók fyri fólk, ið ferðast og vilja hava okkurt serligt burtur úr ferðini. Arne Falk-Rønne hevur ging...

Í fótafari Paulusar eftir Arne Falk-Rønne  

Í fótafari Paulusar er ferðabók. Ein bók fyri fólk, ið ferðast og vilja hava okkurt serligt burtur úr ferðini. Arne Falk-Rønne hevur ging...

Profile for sprotin