Issuu on Google+

klubbatíðindi 1 – 2014

Ein skemtilig, men samstundis álvarsom skaldsøga, sum mangan fær eina óvæntaða vend. Bókin hevur fingið fleiri heiðurslønir og er týdd til nógv ymisk mál.

Klubbaprísir

15000

Eugen Ruge er føddur í 1954 í Soswa í Ural og vaks upp í DDR. Hann las støddfrøði á Humboldtuniversitetium og starvaðist á jarðalisfrøðiliga stovninum. Seinni fór hann undir at arbeiða við filmi og sjónleiki og sum høvundur og týðari.

Heft bók

7800 e-bók


Edmund de Waal er ein av heimsins fremstu postalíns­ gagnlistamonnum. Úrval av verkum hansara verða sýnd fram á mongum gripasøvnum. Hara við ravgulum eygum vann Costa Biography Award 2010. Hon varð sett á listan yvir bøkur, sum kundu vinna Southbank Sky Arts Award for Literature. Edmund varð kosin ársins nýggi rithøvundur í sambandi við Galaxy N ­ ational Book Awards í 2010. Hann býr við familjuni í London.

PRÍSBROYTINGAR Í ÚTBERINGINI Kæri klubbalimur Fyri jól fingu klubbalimir skaldsøguna BROT við postinum. Pakkin var góður, men hann hann kostaði alt ov nógv! Bókapakkin var 1 krónu dýrari, enn um bókin varð keypt í bókabúðunum! Og tað gongur ikki. Okkara mál er at hjúkla um klubbalimir við m.a. avsláttri. Tá ið postgjaldið etur allan avslátturin upp, er líka vítt sum sítt. Tí skipa vit útberingina soleiðis nú, at klubbalimir skulu ongantíð rinda meira enn 30 krónur í postgjaldi innanlands og 50 krónur uttanlands. Tað sum fyrr æt ‚Gebyr‘ á rokningini, verður eisini strikað. Tað loysir fyri ein part knútin. Vilt tú sleppa undan postgjaldin­ um, ber eisini til at heinta klubbabókina á Bókamiðsøluni. Skriva til elisabeth@bms.fo og boða henni frá tí.


næsta klubbabók

Bókin næstu ferð:

HARA við ravgulum eygum eftir Edmund de Waal

Bókin tekur okkum við á ferðina hjá netsukun­um – um meginlond og øldir. Hetta er hjartanemandi søga um kríggj og frið, ovurhuga og tap.

Klubbaprísur

15800

10300

Heft bók

e-bók

Bókin verður send tykkum fyri páskir Annfinnur úr Skála týddi úr enskum

Rithøvundurin, Edmund de Waal, er altjóða viðurkendur keraldasmiður. Verk hansara verða sýnd fram kring allan heim. Ein dagin arvaði hann eftir ommubeiggjan savn av 264 evarska smáum, útskornum, japanskum figurum úr viði og fílabeini – nevndar netsukur – sum hava verið ogn familjunnar síðan 1870-árini. Arvurin og listlutirnir gera hann forvitnan, og hann fer rannsóknarferð aftur í evropeiska søgu fyri at fáa uppspurt, hvør hevur nortið við hesar vøkru, smáu skapningar, hvør hevur verið góður við teir og virt teir, og hvat teir munnu hava sæð og upplivað.

Hetta er bakgrundin fyri hesa sermerktu endurminningarskaldsøgu, har Edmund de Waal í einum fær lýst bæði søguna hjá netsukunum og egnu ættarsøgu. Hann er eftirkomari av múgvandi jødisku ephrussiættini – mæt bankaætt við glæsiligum húsum í París og Wien, ovurrík familja við ómetaliga dýrabarum lista- og bókasøvnum. Men tá ið annað heimskríggj er avhæsað, eru tær 264 netsukurnar stórt sæð tað, tey eiga eftir av familjunnar víð­ fevnda fíggjarveldi.


Mynd: ©Høgni Heinesen

Tóm rúm Í 2012 læt hon úr hondum yrkinga­ savnið Rót Tripp, sum sannførandi vísti, at hon sum lyrikkari brýtur upp úr nýggjum. Nú hevur Marjun skrivað leikritið Tóm rúm. Sami tóni og sama dulda snið er í leikritinum sum í yrkinga­ savninum. Ósjónligu bondini, ið binda menniskju, ættarlið og fatanir saman, laða eisini upp ósjónlig mørk millum menniskju, sum eru í rúmum, ið onkursvegna eru tóm.

– Tá eg las leikritið, sá eg beinanvegin, at her er ein høvundur, sum hevur djúpt innlit í mannasál­ina. Eg eri eisini imponeraður av, hvussu væl søgan er skrúvað saman, og hvussu væl skipað, og hvussu neyvt boðskapurin verður fortaldur.

Tjóðpallur Føroya hevur skapt ein fantastiskan leik úr leikritinum. Eini 20 fólk eru tilsamans í toyminum, sum hava skapt endaliga úrslitið. Bókin kann keypast á heimasíðu okkara sum pappírsbók og sum e-bók … og tú fært hana sjálvandi við klubba-avsláttri!

Eyðun Johannesen, leikstjóri Klubbaprísur

7800

Heft bók

e-bók

Bókamiðsølan umsitur bókaklubban. Vilt tú td. heinta næstu klubbabókina á BMS, vilt tú ikki hava næstu klubba­bókina ella er eitthvørt umsiting­arligt at spyrja um, ert tú vælkomin at seta teg í samband við: Bókamiðsøluna, Á Hjalla 7 B, FO-188 Hoyvík. Tlf. +298 23 57 82, elisabeth@bms.fo

Mynd: ©Mureldur

14300

Marjun Syderbø Kjelnæs er fødd í Tórshavn 30. apríl 1974. Marjun skrivaði síni fyrstu verk beint eftir aldaskiftið, og eina heiðurliga slóð av viðurkenningum hevur hon longu lagt eftir seg.


Klubbatíðindi 1- 2014