Page 1

KLUBBATÍÐINDI 3 – 2014

PER OLOV ENQUIST

, føddur í 1937, er ein av navnframastu skaldsøgu- og leikritahøvundum í Svøríki. Hann hevur fingið eitt ótal av viðurkenningum fyri ritverk sítt bæði heima í Svøríki og úti í heimi. Bókmentavirðislønina Augustpriset hevur hann fingið tvær ferðir: fyri „Livläkarens besök“ og fyri sjálvsævisøgu sína, „Ett annat liv“. Nú hevur hann skrivað eina nýggja skaldsøgu, sum á mangan hátt tekur við har, sum endurminningaskaldsøgan „Ett annat liv“ slepti, og heitið er „Liknelseboken – En kärleksroman“.

KLUBBABÓKIN HESA FERÐ

Í bókini hittir tann aldrandi Per Olov Enquist unglingin, hann einaferð var, og eygfer hann við sorgblídni og kanska sorg.

15800

10300

HEFT BÓK

E-BÓK


NÆSTA KLUBBABÓK

BÓKIN VERÐUR SEND KLUBBALIMUM SEINT Í AUGUST

CARL JÓHAN JENSEN

Eg síggi teg betur í myrkri Undir middag leygardagin 26. august 1939, fáar dagar fyri, áðrenn annar heimsbardagi brestur á, er ferðaskipið s/s Lyra á veg úr Berg­e­n til Föroya. Í einum sólstóli á afturdekkinum situr ís­ lendska skaldið og ævintýramaðurin Ben­ edikt Einarsson og tekst við at doyggja av einum ovurskamti av morfini. Nú er tann lötan komin í lívi hansara, tá ið fortíðin hevnir seg aftur. Gjögnum dvínandi tilvit skaldsins kraklast minnini í dreymkendum

brotum. Minni um eitt lív, livað í streym­ kvarð­anum millum tvær aldir, ta nítjandu og ta tjúgundu. Eitt lív halgað skaldskapi og hug­sjónini um at lyfta eina tilafturskomna tjóð upp úr armóð og framtaksloysi. Men lívið hjá Benedikti Einarssyni er hin­ veg­in eisini eitt lív, sum frá byrjan, ja, frá sjálvum gitnaðinum, er merkt av sviki og ein­ um úrveljandi blindleika fyri tí, sum remb­ist og so at siga er viljin í samtíðini. So við og við fáa svikini og blind­leikin ­alsamt dapr­ari avleiðingar og ikki síðst, tá ið træðr­ ir teirra flökjast inni í ætlanir hjá týðandi nas­istum.

KLUBBAPRÍSUR

18300 HEILBIND

10300 E-BÓK


CARL JÓHAN JENSEN, føddur í 1957, er ógvuliga virkin í kjaki um mentan og politikk, hevur skrivað ørgrynni at ritroyndum, yrkingasøvn, speiskar politiskar viðmerkingar í bundnum sniði, tvær skaldsøgur, hevur týtt fleiri skaldsøgur og leikir og er ikki minst kendur sum eirindaleysasti ummælari, landið nakrantíð hevur átt. Hann hevur tvær ferðir fingið M. A. Jacobsen bókmentavirðisløn og fýra ferðir verið innstillaður til norðurlendsku bókmentavirðislønina. Hansara verk hava verið umrødd í norðurlendskum, týskum og amerikonskum tíðarritum. Síðan nýbrot hansara Ó-søgur um djevulskap, sum er týdd bæði til norskt og íslendskt, hevur hann arbeitt við hesi nýggju skaldsøguni, sum Sprotin gevur út seinast í august.

Ein bergtakandi ferð ígjøgnum fløktar kenslur, svik, brostnar hugsjónir, girnd og ….


20%

KLUBBA-AVSLÁTTUR Á SPROTIN.FO! Avslátturin fer sjálvvirkandi av søluprísinum, tá ið tú keypir á sprotin.fo. Ert tú ikki skrásett/ur sum klubbalimur á heimasíðu okkara, kanst tú seta teg í samband við okkum.

Triðja og seinasta bind um Sverra kong er á marknaðinum! Hugtakandi skaldsøgan um føroyingin Sverra, sum var kongur í eini 25 ár og verður mettur størsti kongur Noregs í miðøldini. HEILBIND

18300

SVERRI KONGUR 1 E-BÓK 10300

HEILBIND

18300

HEILBIND

18300

SVERRI KONGUR 2

SVERRI KONGUR 3

E-BÓK 10300

E-BÓK 10300

VILT TÚ SLEPPA UNDAN POSTGJALDIN­UM? Til ber at heinta klubbabókina á: Bókamiðsøluni, Á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík. Skriva til elisabeth@bms.fo og boða henni frá tí.

Bókamiðsølan umsitur bókaklubban. Vilt tú td. heinta næstu klubbabókina á BMS, vilt tú ikki hava næstu klubba­bókina ella er eitthvørt umsiting­arligt at spyrja um, ert tú vælkomin at seta teg í samband við: Bókamiðsøluna, Á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík. Tlf. +298 23 57 82, elisabeth@bms.fo

Klubbatíðindi 3 - 2014  

Triðja klubbabókin í 2014 er 'Ástarsøga við líknilsum' eftir Per Olov Enquist.