Page 1

Hara viรฐ ravgulum eygum FJALDUR ARVUR


21. NULLPUNKT BÓKSTAVILIGA

Veturin 1918 var óvanliga kaldur í Wien. Og bara í hvíta postalínsovninum í horninum á salongini brann eldur nátt sum dag. Alla aðrastaðni – í borðstovuni, á bókasavninum, í sovirúminum og skiftingarrúminum við netsukunum – var ísakalt. Acetylenlampurnar ruku andstyggiliga. Henda vet­ urin sóust wienarfólk høgga niður trø til pinnabrenni í skóg­ unum nærindis. Rudolf var slakar fjúrtan dagar gamal, tá ið Die Neue Presse skrivaði, at „bara evarska kámt skin sást lýsa handan onkur vindeygu. Býurin liggur í myrkri“. Tað, ið var næstan ófatiligt, var, at einki kaffi fekst, „bara ein ónevnandi blanding … sum smakkaði av kjøtúrdrátti og lakressi. Te við hvørki mjólk ella sitrón er sjálvandi heldur frægari, um tú fært vant teg við tann støðuga smakkin av tini“. Viktor vil ikki leska tað. Tá ið eg royni at ímynda mær, hvussu familjan hevði tað í vikunum eftir ósigurin, síggi eg fyri mær pappír sløðast í gøt­unum. Wien hevur altíð verið reinur og nossligur. Nú vóru uppsløg og plakatir, flogbløð og kravgongur. Iggie mintist einaferð fyri kríggið hevði hann tveitt pappírið, sum kramar­ísurin var ballaður í, á skervløgdu gøtuna í Prater, og hann varð vorðin deildur av barnagentuni og av fleiri monn­ um við akslaskúvum. Nú sparkaði hann sær veg til skúlan ígjøgnum dungar av burturkasti í hesum ólátaða, málamikla og breggjuta býi. Lýsingasúlurnar, sum vóru góðar tríggjar metrar høgar við lítlum spíri ovast, vóru vorðnar staðið, har 245


ørg wienarfólk slógu upp brøv til Kristnar Íbúgvar í Wien, til Samborgarar Mínar, til Brøður og Systrar í Stríðnum. Allur hesin illsinnisfloymurin varð, sum frá leið, skræddur niður og avloystar av øðrum. Wien var fjálturstungin og hámikil. Emmy hevði tað torført tær fyrstu vikurnar við nýføðing­ inum, og bæði hon og Rudolf viknaðu og viknaðu. William Beveridge, enskur búskaparfrøðingur, sum vitjaði Wien seks vikur eftir, at Eysturríki legði vápnini, skrivaði, at „Møðurnar gera hvat tær kunnu fyri at passa børnini, royna at halda lív í teimum tað fyrsta árið, men heilsan hjá møðrunum má svíða fyri tað, og tíðum er tað til fánýtis“. Tosað var um at fáa Emmy og Rudolf út úr býinum og til Kövecses, og eisini at fáa Gislelu og Iggie avstað, men vónleyst var at fáa fatur á brenni­ evni til bilin, og einki skil var á tokrakstrinu. So tey vórðu verandi í stórmanshúsunum í teimum rúmum, sum vóru eitt sindur friðarligari, og sum horvdu burtur frá Ringstrasse. Húsini hjá teimum tóktu at standa í andglettium fyrstu krígsárini. Sethús í stórum almennum rúmi. Nú tókti tað, sum friðurin var uppaftur meira ræðandi enn kríggið. Eingin visti rættiliga, hvør stríddist ímóti hvørjum, heldur ikki var greitt, um úrslitið fór at verða kollvelting. Heimsendir her­ menn og herfangar komu aftur til Wien við beinleiðis vitan um stórbroytingarnar í Russlandi og um verkamannamót­ mælini í Berlin. „Skot vórðu latin av í heilum“ – tilvildarlig skjóting – um náttina. Nýggja flaggið hjá Eysturríki var reytt, hvítt og reytt, og uppreistrarhugað fólk hildu at væl bar til við saksi, nál og tráð at gera tað um til góðan reyðan fána. Úr øllum herðashornum gamla keisararíkisins komu flýggj­andi keisaraligir embætismenn til Wien, bara fyri at fáa uppspurt, at keisaraliga miðfyrisitingin, sum teir høvdu sent djúptøknar frágreiðingar, var vorðin avtikin. Mangir Zitter

246


gingu og válaðu í gøtunum, menn sum nøtraðu og ristu av granatskelki – og eisini menn, sum høvdu fingið lim tiknan av, við heiðursmerkjum á bringuni. Kapteynar og majorar sóust selja træleiku á gøtuni. Samstundis komu stór bundi av línklæðum við keisaraligu forbókstavunum undan kavi og inn í heimini hjá borgarum býarins; keisaraligir saðlar og rossatýggj funnu vegin til sølumarknaðirnar, og sagt var, at trygdarvørðar høvdu funnið vegin niður í kjallararnar á keis­ araslottinum og vóru við lækkandi ferð í holt við at drekka seg ígjøgnum habsburgsku víngoymsluna. Wien við knappliga tveimum milliónum íbúgvum var frá at vera høvuðsstaður í keisararíki við tveimum og hálvtrýss milliónum tegnum til at verða høvuðsstaður í lítlum landi við seks milliónum íbúgvum: Hann var rætt og slætt ikki førur fyri at laga seg eftir ógvisligu vanlukkuna. Nógv var tosað um, um Eysturríki var lebensfähig, var ført fyri at standa seg sum sjálvstøðugt ríki. Lívføri var ikki bara spurningur um búskap, tað var eisini sálarfrøðiligt. Eysturríki tókti ikki at vita, hvussu tað skuldi hóra undan, nú so nógv var skarvað av tí. „Karthagiski friðurin“ – harðrendur og revsandi – fekk formligt gildi við Saint-Germain-en-Laye sáttmálanum í 1919 og hevði við sær, at ríkið var upployst. Hann staðfesti sjálvstøðu Ungarns, Kekkoslovakia, Póllands, og Jugoslavia, eins og ríkini Slovenia, Kroatia og Serbia vórðu stovnsett. Istria hvarv, Trieste hvarv. Mangar dalmatiskar oyggjar vórðu sundurkvettar, og Eysturríki-Ungarn gjørdist Eysturríki, eitt 700 km langt land, sum skuldi gjalda krígsskaðabøtur. Her­ urin varð stovnaður av nýggjum við 30.000 sjálvbodnum monnum. Sum speiskt skemt vildi vera við, var Wien eitt Wasserkopf, høvd fult av vatni á skropnaðum kroppi. Mangt broyttist, eisini nøvn og adressur. Í samsvari við

247


tíðarandan vórðu allar aðalstignir frá keisaratíðini strikaðar – burtur fór von, burtur fóru riddari, barónur, greivi, fúrsti og hertogi. Hvør einstakur medarbeiðari hjá postverkinum og við jarnbreytina hevði kunnað skoytt eitt k & k (keisara­ ligur og kongligur) til tittulin, men nú bar tað ikki til longur. Eysturríki er nú einaferð Eysturríki, og tá ið starvstignir, sum vóru høgt í metum, duttu burtur, blivu aðrir titlar vanligir. Væl kann vera, at fólk vóru blóðfátæk, men fólk væntaðu at verða navngivin sum Dozent, Professor, Hofrat, Schulrat, Diplomkaufmann, Direktor. Ella Frau Dozent, Frau Professor. Gøtunøvnini vórðu eisini broytt. Ephrussifamiljan búði ikki longur á Franzenring nr. 24, Wien 1, navngivin eftir habsburgska keisaranum. Adressan hjá ephrussifólkunum var nú Der Ring des Zwölften Novembers nr. 24, Wien 1, uppkallaður eftir tí degi, tá ið tey vórðu leys av habsburgsku keisarunum. Emmy gramdi seg um, at allar hesar navna­ broytingarnar tóktu dekan og franskar, og at tey at enda fóru at búgva á rue de la Republique. Alt kundi henda. Virðið á krónuni var so nógv lækkað, at leysatíðindi gingu, at stjórnin hugsaði um at selja keisara­ liga listasavnið at útvega mat til svøltandi íbúgvarnar í Wien. Schönbrunn skal „seljast til útlendskan handilsfelagsskap og gerast um til kasino“. Botaniski urtagarðurin skal „slættast við jørðina at geva pláss fyri íbúðabygging“. Við búskaparliga skrædlinum „komu harðmælt fólk úr øllum heiminum at keypa bankar, verksmiðjur, gimsteinar, teppi, listaverk ella bygdarsetur, og jødar vóru ikki teir síðstu, ið komu. Útlendskir hávar, kritlarar og falsarar fløddu inn í Wien og við teimum kom ‘lúsapestin’“. Hetta var bakgrund­ in fyri stummfilmin frá 1925 Die freudlose Gasse (Gleðileysa gøtan). Á náttartíð fara framljósini á bilunum sópandi eftir

248


bíðirøðini uttan fyri kjøtbúðina. „Eftir at hava bíðað alla nátt­ ina mugu mong teirra fara heimaftur sum av torvheiðum“. „Altjóða spekulantur við veðranøs manipulerar marknaðin fyri at gera partabrøvini hjá námsfelagi virðisleys, meðan alment settur einkjumaður (finst nakað meira syndarligt dømi um mann í Wien?) loysir eftirlønartryggingina út og keypir partabrøv og missir alt. Greta Garbo spælir dóttur hansara, innoygd og um at svíma av svongd, noyðist hon at arbeiða í eini kabarett. Hon verður bjargað av vøkrum reyðakrossstarvsmanni, dámligum manni, sum gevur henni blikkamat. Í hesum árum fekk antisemitisman vaksandi undirtøku í Wien. Sjálvandi kundi tú hoyra afturljóðið av kravgongunum við skvaldrinum um „eysturjødapestina“, men Iggie mintist, at tey plagdu at flenna at tí, eins og tey flentu at unglinga­ bólkunum í stoltum búnum og hópfundum teirra og somu­ leiðis at eysturríkarum í fólksligum búnum við Dirndlen (ungum gentum) og Lederhosen (leðurbuksum). Óteljandi skrúðgongur vóru av tí slagnum. Serstakliga ræðandi vóru die Krawallen, ógvisligir og ótespiligir samanbrestir framman fyri universitetið millum teir fyri stuttum endurstovnaðu algermansku bróðurskap­ irnar, die Burschenschaften, og jødiskar og sosialistiskar stud­ entar. Iggie mintist, at pápin bleiv bleikur frammaní av øði, tá ið hann sá, at hann og Gisela eygleiddu ein av hesum blóðigu bardøgunum frá vindeygunum í salongini. „Tit skulu ikki lata teir síggja, at tit hyggja“, rópti hann – og hetta kom frá manni, sum ongantíð tosaði hart. Við rakstrarrópinum „Vit halda eysturríksku alpufjøllini jødareina“ vísti týsk-eysturríkski fjallaklubbin allar jødar burtur. Tað var hesin klubbin, sum hevði hundraðtals fjalla­

249


smáttur til taks, har til bar at gista og bryggja kaffi á lítlum komfýri. Sum mangir aðrir javnaldrar fóru Iggie og Gisela gongu­ túrar í fjøllunum tíðliga á sumri. Ofta fóru tey við toki til Gmunden og løgdu so til brots við ryggsekki á bakinum, fjallstavi, soviposa, kakao og eitt sindur av kaffi og sukri ball­ að inn í pakkipappír: Mjólk, smá breyð og hálvmánadánaðan ost kundu tey keypa hjá bóndunum. Tað var rúsandi kensla at sleppa burtur úr býnum. Og einaferð, segði Iggie mær, tá ið tey høvdu gingið saman við eini vinkonu Giselu, kom myrkrið á tey høgt uppi í fjøllunum. Tað var longu kalt, men tey funnu eina smáttu við studentum, sum sótu hámiklir runt um ovnin. Teir bóðu okkum vísa sær limakortið og søgdu so, at vit skuldu sleppa okkum burtur – jødar dálkaðu fjalla­ luftina. Vit fingu ongar trupulleikar av tí, segði Iggie, tí niðari í dalinum komu vit í myrkrinum fram á hoyløðu, men Franzi, vinkona okkara, hevði limakort og varð verandi í smáttuni. Vit grettu ongantíð um tað aftur. Ikki at tosa um antisemitismu bar til, ikki at hoyra um hana bar ikki til. Eingin politisk semja var um, hvat politik­ arar kundu loyva sær at siga í Wien. Tá ið Hugo Bettauer, rithøvundur og provokatørur, gav út bókina Die Stadt ohne Juden: Ein Roman von Übermorgen (Býur við ongum jød­ um. Skaldsøga um dagin eftir ovurmorgin). Í hesi ógvuliga órógvandi bók skrivar hann um ein hugsaðan Wien nívdur av fátækadømi í tíðini eftir kríggið, tá politiskur øsari trínur fram – Dr. Karl Luegers tvífari, sum í skaldsøguni eitur Karl Schwertfeger – og sum við einum taki fær fólkið at standa saman: „Latið okkum hyggja at lítla Eysturríki á okkara døgum. Hvør stýrir fjølmiðlunum og við teimum almanna­

250


hugsanini? Tað gera jødar!“ Hvør hevur skavað milliardir oman á milliardir saman síðan lagnutunga árið 1914? Jødar! Hvør stýrir ovurstóra pengaumfarinum, hvørjir sita á aðal­ stjóraskrivstovunum í stóru bankunum, hvørjir eru stjórar í mestsum øllum ídnaðarvirkjum? Jødar! Hvørjir eiga leikhús okkara? Jødar! … „Samveldiskanslarin hevur funnið loysn, einfalda loysn: Eysturríki, tveit allar jødarnar úr landinum. Øll, eisini børn í blendingshjúnaløgum skulu verða flutt burtur við tokum á sømiligan hátt. Jødar, sum í loyndum royna at verða verandi í Wien, koma undir deyðarevsing. „Klokkan eitt seinnapartin boða verksmiðjulúðrarnir frá, at síðsti tokvagnurin við jødum er farin úr Wien, og klokkan seks … ringja allar kirkjuklokkur at gera kunnigt, at eingir jødar eru í Eysturríki longur“. Í skaldsøguni eru óunniligar lýsingar av ólukkuligum familjum, sum verða syndraðar og av fólkum frá sær sjálvum á jarnbreytarstøðini, tá ið afturlatnir fenaðarvagnar koyra jødarnar burtur, hetta verður sett upp ímóti lýsing av Wien, sum er vorðin grá avbygd, eftir at jødarnir, sum góvu býinum lív, eru farnir. Ongar leiksýningar eru, eingi bløð, einki sleyg, eingin móti og eingir pengar, til Wien at enda verður noydd­ ur at biðja jødarnar um at koma aftur. Ungur nasistur myrdi Bettauer í 1925. Formaðurin fyri eyst­ur­ríksku nationalsosialistarnar vardi hann í sakarmál­ inum, sum soleiðis útvegaði flokkinum eitt sindur av giti í syndraða politiska umhvørvinum í Wien. Sama summarið lupu fýra nasistar á matstovu, meðan teir róptu „Juden hinaus!“ Vánaligu umstøðurnar í hesum árunum stóðust partvíst av avleiðingunum av dýrtíðini. Fólk søgdu, at gekst tú á morgni fram við Eysturríksk-Ungarska Bankan í Bankgasse, kundi

251


tú hoyra glintandi ljóðið av seðlaprentimaskinuni, sum gekk við fullari ferð. Tú kundi fáa pengaseðlar í hondina, sum framvegis vóru slavnir av prentsvertu. Summi bankafólk hildu, at frægast var at byrja av nýggjum við nýggjum gjald­ oyra. Schilling verður nevndur. „Veturin á tamb kava tøl við fleiri og fleiri nullum nið­ ur av himli. Í hundraðtúsundatali, í milliónatali, men hvør kavaflykra, hvørt túsundtal bráðnar í hondini á tær“, skrivar Stefan Zweig, rithøvundur og wienarmaður, um árið 1919 í skaldsøguni Rausch der Verwandlung (Forvandlingens rus). „Meðan tú svevur, bráðna pengarnir burtur; teir flúgva burt­ ur, meðan tú skiftir skræddu skógvarnar við træhæli; tá ið tú so aftur rennur yvir til sølumarknaðin, hava pengarnir einki virði longur, tú skalt alla tíðina onkustaðni, men tá ið tú ert komin hagar, ert tú kortini ov seinur. Øll tilveran verður til støddfrøði, samanleggingar, faldingar, vitleysur hurlivasi av tølum og numrum, og ógvisligi meldurstreymurin tekur síðstu ognarlutir tínar frá tær og dregur teir niður í tann stóra, ómettandi einkisleikan…“ Viktor hugdi sjálvur inn í sín tóma. Í pengaskápinum á skrivstovuni í eini tvørgøtu til Schottengasse lógu stakkar av arkivmappum við skeytum, lánsbrøvum og partabrævavát­ tanum. Øll virðisleys. Sum borgari í landi, ið hevði verið fyri ósigri, var hald lagt á allar ognir hansara í London og París, kontur sum hava givið fíggjarligan tryggleika tey ­farnu fjøruti árini, skrivstovubygningur í einum býi, ognarlutur hansara í Ephrussi et Cie í øðrum býi vórðu ognartikin sambært ásting teirra sameindu eftir kríggið um gjald av krígsskaðabótum. Gullið sum lá í Sankta Pætursborg, partabrøvini í oljuøkj­ unum í Baku og fastognirnar, jarnbreytirnar og bankarnir, sum Viktor framvegis átti í Odessa, allar tær russisku ogn­

252


irnar vóru mistar í stóra bolsjevistiska bálinum. Tað snúði seg ikki bara um ein stóran miss, tað snúði seg um fleiri ognarmissir. Og á tí persónliga bógnum var tað hent, at Jules Ephrussi, elsti bróðir Charles, tann sum átti Chalet Ephrussi, doyði miðskeiðis í krígnum í 1915. Orsakað av fíggindaskapinum vórðu ovurstóru ognir hansara, sum fyri langari tíð síðan vóru lovaðar Viktori, givnar fronsku greinini av familjuni. So ongar møplasamansetingar í empire. Ella monetmálningurin av pílatrøum við greinum, sum toygdu seg út um áarbakkan. „Neyðar Mama“, skrivar Elisabeth. „Øll hesi longu kvøldini í Sveis til fánýtis“. Áðrenn kríggið, í 1914, átti Viktor peningaognir, sum taldu fimm og tjúgu milliónir eysturríkskar krónur, mangar bygn­ ingar kring Wien, Palais Ephrussi, listasavn við „100 goml­ um málningum“, harafturat kom ársinntøka, sum var fleiri hundrað túsund eysturríkskar krónur. Nú á døgum høvdu ognir hansara samsvara við 400 milliónir amerikanskar dollarar. Nú var sjálvt leiguinntøkan burtur, sum var 50.000 eysturríkskar krónur fyri tvær útleigaðar hæddir í stórmans­ húsunum. Og avgerð hansara ikki at flyta peningaognirnar úr Eysturríki royndist ein vanlukka. Nýggi fosturlandstrúgvi, eysturríkski borgarin hevði gjørt ovurstórar íløgur í krígs­ lánsbrøv líka til 1917. Tær vóru eisini virðisleysar. Á kreppufundum 6. og 8. mars 1921 við gamla vinin, fíggj­ armannin Rudolf Gutmann, viðgekk Viktor, at støðan var álvarsom. „Ephrussi hevur óføra gott umdømi á børsini í Wien“, skrivaði Gutmann 4. apríl til týskan fíggjarmann, ein Herr Siepel. Ephrussibankin var framvegis lívførur, og týdn­ ingur hansara á Balkan hevði við sær, at hann var gagnligt handilssamband. Gutmannsfamiljan legði fimm og tjúgu

253


milliónir eysturríkskar krónur í hann, og Berlin Bank (sum seinni gjørdist Deutsche Bank) legði fimmoghálvfjerðs milli­ ónir eysturríkskar krónur í hann. Viktor átti nú bara helm­ ingin av familjubankanum. Goymt í skjalagoymsluni hjá Deutsche Bank eru framvegis nógvar saksmappur við skjølum, nágreiniligum samráðing­ um aftur og fram um prosenttøl, upprit av samtalunum við Viktor, avtalurnar. Men ígjøgnum manillakápurnar hoyrist framvegis, at røddin á Viktori bivar, møðin, sum hevur við sær, at hjáljóðini detta um hvørt annað. Virðið á bankanum var „buchstäblich gleich Null“ – bókstavliga einki vert. Kenslan av tapi, at ikki at hava megnað at varðveitt virðini av arvinum, ávirkaði Viktor nógv. Hann var arvingin: Tað var hansara arvur, og hann hevði latið hann gloppið sær av hondum. Hann var avskorin frá øllum heimum sínum – lív hansara í Odessa, Sankta Pætursborg, París og London var uppsteðgað, og nú var bara Wien eftir, hetta vatnhøvdið av einum stórmanshúsum á Ringstrasse. Emmy, børnini og lítli Rudolf vóru ikki júst fátæk. Neyðugt var ikki at selja nakað fyri at fáa mat og hita. Men tað, tey áttu, var tað, ið var inni í ovurstóru húsunum. Netsukurnar stóðu framvegis í lakkskápinum í skiftingarrúminum, og Anna turkaði eftir teimum, tá ið hon var harinni at seta blomstr­ ini á toilettborðið há Emmy. Gobelinirnar og gomlu hol­ lendsku meistararnir hingu framvegis á bróstunum. Fronsku møplarnir vórðu framvegis poleraðir, klokkurnar vórðu framvegis upptrektar og veikirnir á ljósunum kliptir. Sèvrespostalínið stóð frramvegis stakkað í postalínsrúminum við síðuna av silvurrúminum, eitt stell fyri og annað eftir stóðu á línklæddum hillum. Gulldøgurðastellið við tess tvíE’i og stolta lítla skipið við fullum seglum vóru framvegis í penga­

254


skápinum, Bilur stóð framvegis í innantúninum. Men lívið hjá lutunum í stórmanshúsunum gekk stillisligari fyri seg nú. Heimurin hevði verið fyri einum Umsturz, eini kollvelt­ ing, og tað hevði havt við sær nýggja tyngd í teimum lutum, sum vóru partur av lívi teirra. Nú skuldu lutirnir varðveitast, stundum enntá lovprísast, har teir fyrr bara høvdu verið ein bakgrund, eitt dism av gulli og fernisi í einum arbeissomum lívi. Tað sum ongantíð hvørki var talt saman ella mált fyrr, varð nú gjørt upp nágreiniliga. Tað var ein kensla av ómetaligum missi, at alt var so nógv betri og fullkomnari fyrr. Kanska var tað tá, at tey fyrstu tek­ ini um longsulin eftir tí farna fóru at næla. Eg eri so smátt farin at halda, at tað at eiga lutir, og tað at missa lutir ikki neyðturviliga eru andstaddir mótsetningar. Tú goymir eina silvursnúsdós, eitt minni um eina duell, har tú vart hjálpar­ maður ein heilan mansaldur síðan. Tú goymir eitt armband, tú fekst frá einum unnusta. Viktor og Emmy goymdu alt – allar hesar ognarlutirnar, allar hesar skuffurnar fullar av lut­ um, bróst avtaglað við málningum – men tey gloymdu ta kenslu, at framtíðin kann hava við sær óteljandi møguleikar. Tí var tað, at tey hjánaðu burtur. Wien er fullur av kleimum sorgblídni um tað farna. Tað hevur brotið seg inn ígjøgnum tjúkku eikihurðarnar í hús­ um teirra.

255


Hara við ravgulum eygum - kap. 21  

Les brot úr 'Hara við ravgulum eygum' eftir Edmund de Waal.

Read more
Read more
Similar to
Popular now
Just for you