Page 1

TEMATÚRAR Frítíðin byrjar umborð

+298 34 59 00 · Booking@smyrilline.fo · smyrilline.fo

1


Til Danmarkar 19. - 23. mars Gleð teg at koma burtur frá gerandisdegnum í nakrar dagar til gleði og gaman. Norröna liggur við bryggju í Hirtshals frá morgni til myrkurs, og morgun- og kvøldarbuffét er íroknað allar dagarnar. Umframt góða lagið umborð, har harmonikurnar senda sínar hugnaligu tónar kring alt skipið, verður eisini møguleiki at fara útferð við bussi til Hjørring og Aalborg. Tað verða tónleikarar frá Havnar Harmonikufelag og Hilmar Jan, ið leggja lunnarnar fyri undirhaldinum og felagssanginum. Norröna Dansiband spælir til dans øll kvøldini. At fara Harmonikutúr, er vorðin ein fastur táttur hjá mongum og Harmonikutúrurin hevur verið byrjanin til mangt vinalagið

úr kr.

1.995

Trýst her & les meir 2


3


4


Til Íslands 4. - 7. mai Kenda danska bindikonan Christel Seyfarth fer at hava fyrilestrar, workshops og mótasýning. Elspa Petersen fer at tosa um Marjunarbinding, limir úr Fuglafjarðar heimavirkisfelag fara at vísa fram tógvgrafitti (streetbinding) og umboð frá Hvalbiar Skúla fara at greiða frá um Bindiklubbabøkurnar, sum teir eldru næmingarnir á skúlanum geva út saman við lærarum sínum. Umframt hetta vera ymiskar kappingar og hugni við livandi tónleiki um kvøldið. Meðan Norröna liggur við bryggju á Seyðisfirði frá týsmorgni til mikukvøld, verður vitjað á áhugaverdum støðum sum kunnu setast í samband við bindievnið. Eisini verður vitjað á nýggja náttúrubaðnum Vök Baths, har tit fáa høvi at fara út í hitahyljarnar, og njóta vælveruna í serstøku íslendsku náttúruni.

úr kr.

2.990

Trýst her & les meir 5


Til Íslands 23. - 26. mars So skjótt sum Norröna leggur frá bryggjukantinum, verður lív í. Vit fara at hava nógvar hugnaløtur saman við sangi og harmonikuspæli. Millum annað fara Jógvan Arge, Eyðun Joensen, Petur Hans Dahl og Mortan Johannesen at hugleiða og siga frá søgum. Í Íslandi steðga vit í hálvt annað samdøgur, har vit byrja við busstúri til firðirnar sunnan fyri Seyðisfjørðin. Dagin eftir fara vit útferð til Egilsstaðir. Harumframt verður vitjað á grøvini hjá teimum sjey av manningini á “Riddaranum”, sum druknaðu tann 25. septembur 1927 uppi við Fagranes á Langanesi.

úr kr.

2.590

Trýst her & les meir 6


7


8


Til Danmarkar og Svøríkis 4. - 14. juni Vælkomin á hesa áhugaverdu ferðina við Evu Andersen. Vitjið millum annað størstu rhododendronparkina í norðureuropa og tveir bergtakandi botaniskar havar, ein í Danmark og ein í Svøríki. Eisini verður vitjað í fleiri privatum urtagørðum. Ferðaleiðari á túrinum er Eva Andersen, ið seinastu 15 árini hevur gjørt hópin av urtagarðstúrum. Eva er eldhugað urtagarðsfólk, og hon fer eisini at greiða frá sínum royndum viðvíkjandi keypi av plantum uttanlanda, og hvørjar plantur eru hóskandi til føroyska veðurlagið.

úr kr.

7.990

Trýst her & les meir 9


Til Danmarkar 12. - 14. juni Komið umborð og njótið framúr gospeltónleik við nøkrum av okkara bestu tónleikarum. Hugni og tónleikur verður frá morgni til myrkurs, og tá tit vilja hvíla oyruni, kunnu tit leita tykkum inn í eina av okkara matstovum, tí morgunmatur hvønn morgun og kvøldarbuffet hvørt kvøld er íroknað. TÓNLEIKARAR Á TÚRINUM » Dupultkvartettin í Ebenezer » Kvartettin í Betesda » Magni Christiansen » Terje Vestergaard » Eyðun Jacobsen » Svein í Prestgarði » The Gadders » Petur Hans Hansen » Zamar Túrurin er sera væl umtóktur, og tí viðmæla vit at bíleggja í góðari tíð.

úr kr.

2.290

Trýst her & les meir 10


11


12


Til Danmarkar 7. - 10. juni Tað at koma umborð á Norrönu at spæla sjavs, er vorðin fastur táttur hjá sjavsspælarum úr øllum landinum. Á ferðini verður kappast um føroyameistaraheitið í sjavs, og vinningarnir nógvir og góðir. Upplivið hugnaliga dámin umborð. Her kunnu tit veruliga taka tykkum av løttum millum kappingarnar við einum góðum bita á eini av okkara frálíku matstovum og einum tíma í heita pottinum saman við kappingarneytum ella makkara. Um kvøldarnar er upplagt at hugna sær við góðum livandi tónleiki.

úr kr.

1.390

Trýst her & les meir 13


14.-24. juni Vitjið ein av mest framkomnu býum í Evropa við føroyskum ferðalagi. Á triðja sinni verður skipað fyri busstúri til Berlin. Báðu ferðirnar hevur túrurin verið útseldur, og sera vældámdur av ferðafólkunum, ið hava verið við á hesum ferðum. Um Berlin kann sigast, at hetta er ein av mentanarmiðdeplinum í heiminum. Vit leggja ferðina til rættis frá bryggjukantinum í Havn til Berlin og heimaftur til Føroyar. Tit kunnu fara einsamøll, sum pør ella við vinfólki. Vit bjóða skrá, har ferðaleiðari og bussur eru íroknað. Tit fáa ríkiligt av tíð til at uppliva býin og tað hann hevur at bjóða. Aftaná at múrurin fall, er Berlin vorðin ein av framkomnastu býunum í Evropa við fjøltáttaðum mentanarlívi. Vit fara m.a. at vitja fangaleguna Sachenhausen, stasifongslið Hohenschöenhausen, og Olympiastadion, ið eitt nú húsaði Olympisku leikunum í 1936, HM í fótbólti í 2006, og Champions League finaluni í 2015. Túrurin er í juni, tá veðrið plagar at vera av tí besta til eina stórbýarferiu, har lotið er lýtt, við umleið 20 hitastigum í miðal.

úr kr.

7.990

Trýst her & les meir 14


15


LES MEIRA UM TÚRARNAR VIÐ AT TRÝSTA Á MYNDIRNAR

Harmonikutúrur

Bindikonutúrur

Sjómannatúrur

Urtagaðrstúrur

Gospeltúrur

FM í Sjavs

Busstúrur til Berlin 16

Profile for Smyril Line FO

Tematúrar 2020  

Tematúrar 2020