Page 1

FRÍTÍÐIN BYRJAR

UMBORÐ 2017 FALDARI

1


Frítíðin byrjar umborð og tað er okkara fremsta ynski at geva tær eina hugnaliga og góða byrjan upp á upplivingarnar, sum liggja og bíða fyri framman. Tak okkum upp á orðið. Í vetur hava vit hjúklað um á skipinum nýggj sjónvørp vera á øllum kømrum, og tveymanskømrini hava fingið tvær niðarukoyggjur í staðin fyri etasjusengur. Matstovur og barrir eru eisini dagførdar. Simmer Dim matstovan er vorðin størri, og fyrst í apríl letur umvælda Buffet matstovan upp aftur, við nógv fleiri sitiplássum.

2

Stóra økið niðri á dekk 5, har Saga Café var, er sjeinað upp og verður nú undirhaldsstaður burturav. Nýggja staðið eitur Naust. Norröna er klár, at sigla teg inn í eitt nýtt summar. Loys nú frá hugans landi og far á ferð í faldaranum - Minst til, at vit hava enn fleiri ferðatilboð enn tey vit nevna. Ring til okkara á 345900 ella kom inn á gólvið. Góða ferð, Vit á søludeildini


8

SUMMARTILBOÐ

4

VETRARTILBOÐ

16

FRÍTÍÐARDEPLAR Í TÝSKLAND

9

6

FERÐIST HEILT BÍLIGA

FERÐASEÐLAPRÍSIR ALT ÁRIÐ

10

FRÍTÍÐARDEPLAR Í DANMARK

23

23

SNARFERÐIR

SUMMARCRUISE

18

TEMATÚRAR

24

26

HOTEL SKÁLAVÍK

UMBORÐ NORRÖNU

3


VETRARTILBOÐ

Vetrartilboð Sera góða tilboðið við bili er galdandi við fráferð úr Føroyum hvørt hóskvøld í februar og mars. Heimferð úr Hirtshals er leygardag. Norröna fer av Havnini hóskvøld kl. 21.00, og er í Hirtshals kl. 10.00 leygarmorgun. Fráferð úr Hirtshals er leygardag kl. 15.00, og Norröna er aftur á Havnini mánamorgun kl. 05.00.

4


Februar

Mars

1 vaksin við bili – koyggja í deildum 4-koyggjukamari

1 vaksin uttan bil – koyggja í deildum 4-koyggjukamari

1 vaksin við bili – koyggja í deildum 4-koyggjukamari

1 vaksin uttan bil – koyggja í deildum 4-koyggjukamari

kr. 1.990

kr. 995

kr. 2.500

kr. 1.490

2 vaksin við bili – 2-koyggjukamar við/uttan vindeyga

2 vaksin uttan bil – 2-koyggjukamar við/uttan vindeyga

2 vaksin við bili – 2-koyggjukamar við/uttan vindeyga

2 vaksin uttan bil – 2-koyggjukamar við/uttan vindeyga

kr. 2.985

kr. 1.990

kr. 3.990

kr. 2.980

2 vaksin og 2 børn (3-11) við bili 4-koyggjukamar uttan vindeyga

2 vaksin og 2 børn (3-11) uttan bil 4-koyggjukamar uttan vindeyga

2 vaksin og 2 børn (3-11) við bili 4-koyggjukamar uttan vindeyga

2 vaksin og 2 børn (3-11) uttan bil 4-koyggjukamar uttan vindeyga

kr. 4.845

kr. 3.850

kr. 4.990

kr. 3.980 5


FERÐASEÐLAPRÍSIR ALT ÁRIÐ

6


Prísir til Danmarkar

Prísir til Íslands

Lágárstíð til Danmarkar: 05.01-04.05, 11.06, 16.06, 18.06, 20.08 & 21.09-28.12 Lágárstíð úr Danmark: 07.01-29.04 & 16.09-30.12

Lágárstíð til Íslands: 02.01-01.05 & 18.09-25.12 Lágárstíð úr Íslandi: 04.01-03.05 & 20.09-27.12

Miðárstíð til Danmarkar: 11.05-08.06, 23.06, 25.06, 06.08-13.08 & 31.08-14.09 Miðárstíð úr Danmark: 06.05-17.06, 12.08-19.08, 22.08 & 26.08-09.09

Miðárstíð til Íslands: 08.05-05.06, 23.08 & 28.08-11.09 Miðárstíð úr Íslandi: 10.05-07.06 & 15.06-22.06

Háárstíð til Danmarkar: 30.06-25.08 & 02.07-30.07 Háárstíð úr Danmark: 20.06-15.08 & 24.06-05.08

Háárstíð til Íslands: 14.06-16.08 Háárstíð úr Íslandi: 29.06-24.08 & 30.08-13.09

1 vaksin við bili – koyggja í deildum 4-koyggjukamari

1 vaksin uttan bil – koyggja í deildum 4-koyggjukamari

1 vaksin við bili – koyggja í deildum 4-koyggjukamari

1 vaksin uttan bil – koyggja í deildum 4-koyggjukamari

kr. 3.410 kr. 4.370 kr. 5.740

kr. 1.790 kr. 2.260 kr. 2.670

kr. 1.990 kr. 2.780 kr. 4.540

kr. 1.250 kr. 1.730 kr. 2.320

2 vaksin við bili – 2-koyggjukamar uttan vindeyga

2 vaksin uttan bil – 2-koyggjukamar uttan vindeyga

2 vaksin við bili – 2-koyggjukamar uttan vindeyga

2 vaksin uttan bil – 2-koyggjukamar uttan vindeyga

kr. 5.990 kr. 7.690 kr. 9.990

kr. 4.370 kr. 5.580 kr. 6.920

kr. 3.600 kr. 5.570 kr. 7.940

kr. 2.860 kr. 4.520 kr. 5.720

2 vaksin og 2 børn (3-11) við bili 4-koyggjukamar uttan vindeyga

2 vaksin og 2 børn (3-11) uttan bil 4-koyggjukamar uttan vindeyga

2 vaksin og 2 børn (3-11) við bili 4-koyggjukamar uttan vindeyga

2 vaksin og 2 børn (3-11) uttan bil 4-koyggjukamar uttan vindeyga

kr. 7.250 kr. 8.990 kr. 11.500

kr. 5.630 kr. 6.880 kr. 8.430

kr. 5.140 kr. 7.390 kr. 10.390

kr. 4.400 kr. 6.340 kr. 8.170 7


SERTILBOÐ TIL DANMARKAR Summartilboð skipsferðir

Spar upp til 3.410,-

Fráferðir úr Tórshavn: Sunnukvøld: 11.06, 18.06 & 20.08 Fráferðir úr Hirtshals: Leygardag: 17.06, 24.06, 01.07, 26.08, 02.09 & 09.09 Týsdag: 20.06 & 27.06

Sertilboð 11. juni íroknað gisting Tann 11. juni hava vit eitt sera gott tilboð til pør og familjur íroknað gisting í frítíðardepli, har tit gista 4 ella 11 nætur.

1 vaksin við bili – koyggja í deildum 4-koyggjukamari

kr. 3.940

2 vaksin við bili – 2-koyggjukamar við/uttan vindeyga

2 vaksin og 2 børn (3-11) við bili 4-koyggjukamar uttan vindeyga

kr. 4.990

kr. 5.990

Tilboð íroknað gisting

Spar upp til 3.436,-

Par í Dayz Ebeltoft

Frítíðardepilin í Dayz Ebeltoft er samansettur av 7 smáum brúgvum, har vakra náttúran kring Ebeltoft veruliga setur sín dám á frítíðina. Ein sera vælegnaður depil til tín og makan, ið ynskja hugnaligar løtur við møguleika fyri nógvum aktivitetum. Í umhvørvinum er sjólív, ítróttarlív, dasandi strandarlív, og ikki minst náttúruupplivilsi í einum av vakrastu støðunum í Danmark. Tann tætt bygdi gamli handilsbýurin liggur beint við og bjóðar uppá shopping, verkstøð, smáar hugnaligar matstovur, havnaumhvørvi og listasøvn í heimsflokki.

4 nætur - 2 vaksin við bili 2-koyggjukamar uttan vindeyga

11 nætur - 2 vaksin við bili 2-koyggjukamar uttan vindeyga

kr. 7.990

kr. 12.990

4 nætur 2 vaksin og 2 børn (3-11) við bili 4-koyggjukamar uttan vindeyga

11 nætur 2 vaksin og 2 børn (3-11) við bili 4-koyggjukamar uttan vindeyga

kr. 8.990

kr. 13.990

Familjan í Dayz Rønbjerg

Dayz Rønbjerg liggur í einum sera vøkrum umhvørvi beint við Limfjørðin. Børnini kunnu stuttleika sær í subtropiska baðilandinum, har tað m.a. er ein lang vatnrutsjubani, uttandura svimjihylur, barnahylur og fleiri gosbað. Frítíðardepilin hevur sín egna golfbana og eina stóra vælverumiðstøð til tey, sum ynskja at forkela seg sjálvan eitt sindur. Tit kunnu stutt sagt dusa tykkum sum familja.

8

Les meir á www.smyrilline.fo/tilbod


Ferðist heilt bíliga í couchetturúmi SUMMAR

VÁR OG HEYST

Fráferðir úr Tórshavn: Fríggjamorgun: 16.06-25.08 Sunnukvøld: 11.06-20.08

Fráferðir úr Tórshavn: Hóskvøld: 06.04-08.06 & 31.08-26.10

Fráferðir úr Hirtshals: Týsdag: 13.06-22.08 Leygardag: 10.06-19.08

Fráferðir úr Hirtshals: Leygardag: 01.04-03.06 & 26.08-21.10

Spar upp til 3.330,-

Spar upp til 3.505,-

SEINGJARKLÆÐIR ERU ÍROKNAÐI

2 vaksin við bili í egnum couchetturúmi

2 vaksin við bili í egnum couchetturúmi

kr. 4.990

kr. 3.990

2 vaksin og 2 børn (3-11) við bili í egnum couchetturúmi

2 vaksin og 2 børn (3-11) við bili í egnum couchetturúmi

kr. 5.990

kr. 4.990 Les meir á www.smyrilline.fo/tilbod

9


FERÐ ÍROKNAÐ GISTING Í DANMARK

10


Ferð íroknað gisting í frítíðardepli hjá Dayz Dayz by Landal GreenParks bjóðar frálíkar innivist møguleikar, tropisk baðilond, wellnessfasilitetir, skíðing og egnar golfbanar. Aktivitetir og upplivingar so øll kunnu verða undirhildin, óansæð áhugamál og veður.

Dayz Rønbjerg Dayz Rønbjerg liggur í einum sera vøkrum umhvørvi beint við Limfjørðin. Børnini kunnu stuttleika sær í subtropiska baðilandinum, har tað m.a. er ein lang vatnrutjsubani, uttandura svimjihylur, barnahylur og fleiri gosbað. Frítíðardepilin hevur sín egna golfbana og eina stóra vælverumiðstøð til tey, sum ynskja at forkela seg sjálvan eitt sindur. Tit kunnu stutt sagt dusa tykkum sum familja ella sum eitt par.

Dayz Seawest Longsti vatnrusjibanin í Danmark er í hesum frálíka frítíðardepli við tí velduga vatnlandinum. Vit eru stødd skamt norðan fyri Esbjerg. Her er okkurt fyri okkum øll; millum annað badminton, bowling, innandura og uttandura spælipláss, gosbað og hitarúm. Einans 4 kilometrar eru frá Days Seawest til vesturstrondina og 25 kilometrar til vakra býin Varde.

Dayz Søhøjlandet Dayz Søhøjlandet liggur tæt við Silkeborg og hevur undirhald fyri alla familjuna. Depilin hevur stórt tropiskt baðiland við 56 metrar skreiðibreyt, gosbaði, barnaumráði og sauna. Søhøjlandet bjóðar bæði tennis, minigolf, forðabana, klatrivegg, golf og ríðisentur. Sum nakað serligt hevur depilin eisini heilársskíðing har møguleiki er at leiga skíðútgerð. Dayz Søhøjlandet hevur fimm matstovur, so her er okkurt til.

Dayz Rønbjerg

2 VAKSIN OG 2 BØRN (3-11)

2 VAKSIN

7 NÆTUR

7 NÆTUR

VÁR 13.04 - 08.06

VÁR 13.04 - 08.06

úr kr. 13.160

úr kr. 11.900

SUMMAR 11.06 - 13.08

SUMMAR 11.06 - 13.08

úr kr. 14.030

úr kr. 12.750

HEYST 31.08 - 26.10

HEYST 31.08 - 26.10

úr kr. 13.160

úr kr. 11.900

7 NÆTUR

7 NÆTUR

VÁR 13.04 - 08.06

VÁR 13.04 - 08.06

úr kr. 12.625

úr kr. 11.365

SUMMAR 11.06 - 13.08

SUMMAR 11.06 - 13.08

úr kr. 13.350

úr kr. 12.090

HEYST 31.08 - 26.10

HEYST 31.08 - 26.10

úr kr. 12.625

úr kr. 11.365

7 NÆTUR

7 NÆTUR

VÁR 13.04 - 08.06

VÁR 13.04 - 08.06

úr kr. 13.360

úr kr. 12.100

SUMMAR 11.06 - 13.08

SUMMAR 11.06 - 13.08

úr kr. 14.185

úr kr. 12.925

HEYST 31.08 - 26.10

HEYST 31.08 - 26.10

úr kr. 13.360

úr kr. 12.100

Dayz Seawest

Les meir á www.smyrilline.fo/dayz

Dayz Søhøjlandet

11


FERÐ ÍROKNAÐ GISTING Í DANMARK

12


Ferð íroknað gisting í frítíðardepli hjá Danland Við ikki minni enn 28 frítíðardeplum á kortinum hevur Danland nakað fyri øll. Felags fyri deplarnar er, at teir liggja tætt við strond, og at teir hava eina ørgrynnu til stuttleika, bæði úti og inni. Hóast flestu deplarnir eru upplagdir til barnafamiljuna, so eru teir eisini eitt gott val fyri parið ið vil njóta nakrar dagar saman.

Danland Blokhus Einki er sum at bólta sær í bylgjum innandura. Tað kanst tú gera í subtropiska baðilandinum í Blokhus, sum er ein væl kendur depil millum føroyingar. Fitness og vælvera er í hásæti, men tað ber eisini til at spáka á strondini ella fara í býin, har tað er lív í um summarið. Hesa ársins tíð er yðjandi lív í handlum og matstovum.

Danland Bork Havn Danland Bork Havn liggur í vøkrum umhvørvi beint við Ringkøbingfjørð. Depilin hevur baðiland við hitarúmi og gosbað, eisini er spælipláss við hoppipútu, trampolin, beachvolley og tennisvølli. Nærhendis eru bæði Legoland og leyvulundin Givskud. Eisini kunnutit við ísi í hond, taka tykkum av løttum í hugnaligu havnini, njóta sólina og barnavinarligu sandstrondina.

Danland Løkken Danland Løkken liggur við eina av bestu strondunum í Evropa. Tit gista í frítíðaríbúðum á høgum støði einans 750 metrar frá frálíku sandstrondini og úr býnum Løkken. Í nærumhvørvinum er ókeypis svimjihylur, golfvøllur, listasøvn og handverkssølubúðir. Møguleiki er at vitja vældámda Fårup Sommerland, Nordsøen Oceanarium og Jesperhus Blomsterpark. Í Løkken eru hugnaligar handilsgøtur, har tú eisini kanst royna teg sum bommframleiðara í sjálvum Bolcheriet.

Danland Blokhus

2 VAKSIN OG 2 BØRN (3-11)

2 VAKSIN

7 NÆTUR

7 NÆTUR

VÁR 13.04 - 08.06

VÁR 13.04 - 08.06

úr kr. 10.325

úr kr. 9.065

SUMMAR 11.06 - 13.08

SUMMAR 11.06 - 13.08

úr kr. 10.695

úr kr. 9.435

HEYST 31.08 - 26.10

HEYST 31.08 - 26.10

úr kr. 9.460

úr kr. 8.200

7 NÆTUR

7 NÆTUR

VÁR 13.04 - 08.06

VÁR 13.04 - 08.06

úr kr. 9.995

úr kr. 8.735

SUMMAR 11.06 - 13.08

SUMMAR 11.06 - 13.08

úr kr. 10.335

úr kr. 9.075

HEYST 31.08 - 26.10

HEYST 31.08 - 26.10

úr kr. 9.995

úr kr. 8.735

7 NÆTUR

7 NÆTUR

VÁR 13.04 - 08.06

VÁR 13.04 - 08.06

úr kr. 10.550

úr kr. 9.290

SUMMAR 11.06 - 13.08

SUMMAR 11.06 - 13.08

úr kr. 11.385

úr kr. 10.125

HEYST 31.08 - 26.10

HEYST 31.08 - 26.10

úr kr. 10.550

úr kr. 9.290

Danland Bork Havn

Les meir á www.smyrilline.fo/danland

Danland Løkken

13


FERÐ ÍROKNAÐ GISTING Í DANMARK

14


Ferð íroknað gisting í frítíðardeplunum hjá Lalandia & Skallerup Lalandia Billund Her er torført at taka nakað fram um annað, tí her er alt á einum stað. Hetta kann næstan samanberast við at verða sunnanfyri og ferðast. Her er longsti uttandura Wild Rover rutsjubanin í Evropa, og her er hann veruliga eitt ”hitt”. Tit búgva í snotiligum húsi við egnari terassu. Á Lalandia er veðrið ongantíð ein forðing til gaman og álvara.

Skallerup Seaside Resort Í Skallerup er Romelus, baðilandi, bóndagarður, ríðisentur, bowling, matstova, matvøruhandil, ørgrynna av ymsum aktivitetum o.m.a. Tað sum ger depilin áhugaverdan til tað, sum hann er, er tað einastandandi umráðið – tað er eydnast at sameina ein nýmótans depil við náttúruna. Tað sermerkta við deplinum er tann avslappaði dámurin við hentleikum so sum sauna, spa, dampbað. Harafturímóti ber tað eisini sera væl til at vera fysiskt aktivur ella at gera kreativar uppgávur.

2 VAKSIN OG 2 BØRN (3-11)

2 VAKSIN

4 NÆTUR

4 NÆTUR

VÁR 13.04 - 08.06

VÁR 13.04 - 08.06

úr kr. 14.520

úr kr. 13.260

SUMMAR 11.06 - 13.08

SUMMAR 11.06 - 13.08

úr kr. 12.340

úr kr. 11.080

HEYST 31.08 - 26.10

HEYST 31.08 - 26.10

úr kr. 13.485

úr kr. 12.225

7 NÆTUR

7 NÆTUR

VÁR 13.04 - 08.06

VÁR 13.04 - 08.06

úr kr. 11.905

úr kr. 11.135

SUMMAR 11.06 - 13.08

SUMMAR 11.06 - 13.08

úr kr. 13.180

úr kr. 12.435

HEYST 31.08 - 26.10

HEYST 31.08 - 26.10

úr kr. 11.905

úr kr. 11.135

Lalandia

Lalandia

Lalandia

Skallerup Seaside Resort

Skallerup Seaside Resort

Skallerup Seaside Resort

Les meir á www.smyrilline.fo/lalandia & www.smyrilline.fo/Skallerup

15


FERÐ ÍROKNAÐ GISTING Í TÝSKLANDI

16


Ferð íroknað gisting í frítíðardeplunum í Týsklandi Ostsee Resort Damp Vælkomin til tað heilt rætta frítíðarstaðið til familjuna. Ostsee Resort Damp er næstan ein býur fyri seg sjálvan. Her eru tit langt burtur frá gerandisdegnum við stuttari frástøðu. Sjáldan er tað ein depil, sum hevur so nógvar og fjølbroyttar hentleikar at bjóða familjum sum hesin. Vit kunnu við vissu siga tykkum, at her fáa tit veruliga nógv fyri pengarnar.

Weissenhäuser Strand Einastandandi frítíðardepil við eini ørgrynnu av hentleikum til einhvønn tørv.Weissenhäuser Strand er ikki uttan grund besti frítíðardepilin í Eystursjónum. Ein ordans cocktail av hentleikum fyri allar aldursbólkar. Her er eitt hav av teimum nýggjastu innan- og uttandura aktivitetum so sum baðilond, ítróttaraktivitetir og spælilond, samstundis sum at her eru hugnalig umhvørvi við nógvum matstovum og barrum. Og ikki at gloyma vælveruumhvørvi til tey vaksnu við ymsum sløgum av sauna, ísbað, gosbað, liggistólar osfr.

2 VAKSIN OG 2 BØRN (3-11)

2 VAKSIN

7 NÆTUR

7 NÆTUR

VÁR 13.04 - 08.06

VÁR 13.04 - 08.06

úr kr. 14.180

úr kr. 12.920

SUMMAR 11.06 - 25.08

SUMMAR 11.06 - 25.08

úr kr. 17.115

úr kr. 16.985

HEYST 31.08 - 26.10

HEYST 31.08 - 26.10

úr kr. 15.360

úr kr. 14.100

7 NÆTUR

7 NÆTUR

VÁR 13.04 - 08.06

VÁR 13.04 - 08.06

úr kr. 11.389

úr kr. 10.129

SUMMAR 11.06 - 25.08

SUMMAR 11.06 - 25.08

úr kr. 12.259

úr kr. 12.259

HEYST 31.08 - 26.10

HEYST 31.08 - 26.10

úr kr. 11.389

úr kr. 10.129

Ostsee Resort Damp

Ostsee Resort Damp

Ostsee Resort Damp

Weissenhäuser Strand

Weissenhäuser Strand

Weissenhäuser Strand

Les meir á www.smyrilline.fo/ostsee-resort-damp & www.smyrilline.fo/weissenhauser-strand

17


TEMATÚRAR

Mánadagur 3. apríl Kl. 14.00 Fráferð úr Tórshavn. Kl. 15.00 Kunnandi fundur í Naust. Kl. 16.00 Livar Nysted greiðir frá rógvingini á heimshøvunum – fyrri partur. Kl. 18.00 Dagsins rættur í The Diner. Kl. 20.00 Louisa Ludvíksdóttir, ið er ættað úr Íslandi, sigur frá um íslendskar sjókonur (konufólk sum róðu út við 6-og 8-mannaførum). Eisini verður sagt frá um íslendska pátrúgv í samband við sjólívið. Kl. 20.30 Felagsløta við frásagnum, sangi og harmonikum.

Sjómannatúrur til Íslands 3.-6. apríl Vit fara Sjómannatúr til Íslands mánadagin 3. apríl kl. 14.00. Umborð á Norrönu verður lív í, so skjótt sum hon leggur frá bryggjukantinum í Havnini. Vit fara at hava nógvar hugnaløtur saman við sangi og harmoniku. Millum annað fara Livar Nysted, Jógvan D. Hansen, Louisa Ludvíksdóttur og Mortan hjá Andriasi at hugleiða og siga frá søgum. Eisini kemur Palli Augustsson, ið er búsitandi í Íslandi, umborð at greiða frá, hvussu tað er at verða útróðrarmaður í Íslandi. Palli er hálvur føroyingur. Í Íslandi steðga vit í hálvt annað samdøgur, har vit fara á busstúr til Norðfjørðin. Vit vitja á framkomnu sildaverksmiðjuni “Síldarvinnslan hf”, sum hevur verið nógv nýtt av føroyskum skipum, og eisini á áhugaverda trolarasavninum, ið Jósafat Hinriksen, sáli, tók stig til at gera. Harumframt verður vitjað á grøvini hjá teimum sjey av manningini á “Riddaranum”, sum druknaðu tann 25. september 1927 uppi við Fagranes á Langanesi.

Prísur úr

kr. 2.290

Íroknað Sjómannatúrinum: • Snarferð á leiðini Tórshavn – Seyðisfjørður og aftur • Gisting umborð • 3 x morgunmatarbuffet • 1 x dagsins rættur í The Diner (mánakvøld kl. 18.00-20.00) • 1 x kvøldarbuffet (týskvøld kl. 18.00) • Busstúrar í Íslandi • Kunningarfundur umborð við kaffi og køku

18

Týsdagur 4. apríl Kl. 07-10 Morgunmatur í buffétmatstovuni. Kl. 09.00 Lagt verður at bryggju á Seyðisfirði. Kl. 09.30 Útferð til Norðfjørðin, har vitjað verður á framkomnu sildaverksmiðjuni “Síldarvinnslan hf”, sum hevur verið nógv nýtt av føroyskum skipum. Tit fáa eina rundvísing, og greitt verður frá framleiðsluni. Kl. 12.30 Vitjað verður á áhugaverda trolarasavninum, ið Jósafat Hinriksen, sáli, tók stig til at gera. Eldri menn av staðnum ið hava havt sína lívsleið á sjónum taka ímóti og heilsa uppá. Kl. 15.00 Vit koyra aftur móti Seyðisfirði. Hetta tekur umleið hálvanannan tíma. Kl. 18.00 Buffét í buffétmatstovuni. Kl. 20.00 Palli Augustsson, ið er búsitandi í Íslandi kemur umborð at greiða frá hvussu tað er at verða útróðrarmaður í Íslandi. Palli er hálvur føroyingur. Kl. 21.00 Jógvan D. Hansen, heimsspekingur hugleiðir. Kl. 22.00 Felagsløta við frásagnum, sangi og harmonikum. Mikudagur 5. apríl. Kl. 07-10 Morgunmatur í buffétmatstovuni. Kl. 10.30 Livar Nysted greiðir frá rógvingini á heimshøvunum – seinni partur. Kl. 13.00 Útferð til Egilsstaðir, har tit gera, sum tykkum lystir. Kl. 15.00 Koyrt verður aftur til Seyðisfjarðar. Kl. 16.00 Vitjað verður á grøvini hjá teimum sjey av manningini á “Riddaranum”, sum druknaðu tann 25. september 1927 uppi við Fagranes á Langanesi. Kl. 20.00 Lagt verður frá bryggju á Seyðisfirði. Kl. 20.30 Mortan Johannesen (Mortan hjá Andriasi) greiðir frá um landnyringsódnina á Kappanum nýttársaftan 1968, tá Brandur Sigmundarson, Vágbingur og Ólavur Halgi vóru illa staddir. Kl. 21.30 Felagsløta við frásagnum, sangi og harmonikum. Hósdagur 6. apríl: Kl. 07-10 Morgunmatur í buffétmatstovuni. Kl. 11.00 Mortan og aðrir sjógarpar siga frá søgum á sjónum. Kl. 15.00 Vit leggja at bryggju.

Les meir á www.smyrilline.fo/sjomannaturur


Busstúrur til Krakow 13.-23. august Krakow er høvuðstaður í stakríkinum Malopolskie og 3. størsti býurin í Pólandi við sínum umleið 740.000 íbúgvum. Býurin Krakow er harumframt ein av áhugaverdastu býum Pólands. Aldargomlu býarpartarnir liggja tætt bygdir og søgan leiðir hesar heilt aftur í steinøldina. Í ný-søguligum høpi, byrjaði søgan hjá Krakow í árinum 1257, tá býurin fær síni býarrættindi og byggir eina býargrind rundan um tað, sum í dag er miðbýarøkið í Krakow. Krakow var ein av fáu pólsku býunum, ið slapp nøkurlunda snikkaleysur undan oyðingum undir 2. heimsbardaga – hetta inniber at hundraðtúsundtals ferðandi hvørt ár vitja býin og er hetta til stórt gagn fyri ferðavinnuna. Her vóru t.d. filmsupptøkurnar til filmin hjá Spielberg, Schindlers List gjørdar og jødiski býlingurin Kazimierz var sjálvsagt nýttur sum miðdepil í pallsetingini. Miðskeiðis í Krakow, liggur víðagitna og sera hugtakandi torgið við gomlu marknaðarhøllini Sukiennice, sum er ein av býarinnar stórfingnu bygningum. Upprunaliga var 100 m langi hallarbygningurin reistur í ár 1300. Í dag kunnu mongu sølubúðirnar í marknaðarhøllini bjóða teim mongu vitjandi prýðislutir til keyps úr gulli, silvuri og rav. Vøkur talvborð í øllum støddum og sniðum, umframt skinnvørur og klæðnapløgg – alt er til sølu - og ferðafólk kunnu ásanna, at her er talan um útsølu fyri sera lagaligar prísir. Á torginum finnur tú harumframt Mariukirkjuna við viðagitnu trískiftis-altartalvuni úr gulli. Altartalvan, sum stavar úr miðøld, er tann størsta í Evropa av sínum slag. Hvønn dag kl. 12.00 letur altartalvan seg upp og avdúkar eina sera veruleikakenda skurmyndarøð. Frá Mariukirkjuni hoyrist hornblástur hvønn tíma – og blást verður ímóti teim 4 verðaldarhorninum – til minnis um ta ferðina, ein hornblásari bjargaði Krakow undan innrás.

Prísur úr

kr. 9.990

Sunnudagur 13. august Norröna siglir til Hirtshals kl. 23.30. Mánadagur 14. august Kunnandi fundur um ferðina kl. 11.00. Týsdagur 15. august Lagt verður at bryggju í Hirtshals kl. 09.30, og koyrt verður við bussi til gistingarhús á Berlinleiðini. Mikudagur 16. august Ferðin til Krakow heldur áfram, og seint seinnapartin skriva vit okkum inn á gistingarhúsið Hotel Andel’s by Vienna House Cracow. Hósdagur 17. august Rundvísing í Krakow íroknað Royal Cathedral og Mariacki kirkjan. Fríggjadagur 18. august Heildagsútferð til Auschwitz / Birkenau við 2 staðbundnum ferðaleiðarum; umsett verður til danskt mál. Leygardagur 19. august Hálvdagsútferð til saltminuna Wieliczka við 2 staðbundnum ferðaleiðarum; umsett verður til danskt mál. Um kvøldið er konsert við fólkatónleiki umframt matarskrá (3 rættir + vatn, kaffi/te) Sunnudagur 20. august Heildagsútferð til Mountains Pieniny. Vitjað verður í Zakopane. Mánadagur 21. august Fráferð úr Hirtshals tíðliga á morgni. Koma til hotellið seint á kvøldið. Týsdagur 22. august Eftir at hava fingið morgunmat, koyra vit til Norrønu, sum siglir til Tórshavn kl. 11.30. Mikudagur 23. august Lagt verður at bryggju í Tórshavn kl. 17.30. Gevið gætur: Allar tíðir eru lokalar tíðir.

Íroknað Krakowtúrinum: • Sigling á leiðini Tórshavn – Hirtshals og aftur • Gisting umborð • Morgunmatur á øllum túrinum • Bussferð til og frá Krakow • Gisting í Krakow

Les meir á www.smyrilline.fo/krakow

19


TEMATÚRAR

20


Harmonikutúrur til Danmarkar 8.-11. juni Hevur tú verið harmonikutúr við Norrønu, so hevur tú ivaleyst verið við á fleiri túrum. Hesir túrar eru so vældámdir, at vit ár um ár, kenna tey somu andlitini aftur. Men, hví ikki? Sjáldan er lagið so gott umborð sum hesar dagarnar, tá harmonikutónar ljóma á hvørjum horni og dansurin gongur lystiliga. Ein ørgrynna av slagarum eru at hoyra ,og nógv verður sungið við, tá harmonikan setur dagsskránna. Her er lag á manni at hugna sær við góðum dansitónum í hugnaliga umhvørvinum umborð á Norrønu

Prísur úr

Íroknað Harmonikutúrinum: • Snarferð á leiðini Tórshavn – Hirtshals og aftur • Gisting umborð • 3 x morgunmatarbuffet

kr. 1.795

Sjavstúrur til Danmarkar 11.-14. juni Tað at koma umborð á Norrønu at spæla sjavs, er vorðin fastur táttur hjá sjavsentusiastum. Kappast verður um føroyameistaraheitið í sjavs, og vinningarnir eru nógvir og góðir. Men sjálvt tann besti sjavsspælarin hevur brúk fyri einum steðgi av og á, so tá Norröna leggur at bryggju í Hirtshals, stendur bussur klárur at koyra tykkum víðari til Hjørring. Á gongugøtuni ber til at hugna sær á eitt nú matstovum, í handlum ella á café. Ert tú í shoppinghýri, so kanst tú fara ein túr í Metropol handilsmiðstøðina, har tú finnur mangt og hvat. Síðan gongur leiðin aftur umborð at spæla næsta kross.

Prísur úr

kr. 1.390

Íroknað Sjavstúrinum: • Snarferð á leiðini Tórshavn – Hirtshals og aftur • Gisting umborð

Bíbliutúrur til Danmarkar 16.-18. juni Fyrsta Bíbliu- og Tónleikaferðin við Norrønu var í juni 2010. Hetta er sostatt sjeynda ferðin av hesum slagnum. Farið verður av Havnini fríggjamorgunin 16. juni kl. 03.30 og komið verður til Hirtshals leygardagin kl. 12.30. Farið verður úr Hirtshals kl. 15.30. Koma á Havnina sunnukvøldið kl. 22.30. Møguleiki verður at vitja í gongugøtuni í Hirtshals, har dyrnar eru opnar á Malta. Bussur koyrir frá og til Norrønu. Fleiri bíbliutímar og sangløtur verða umborð, meðan siglt verður. Við í ferðalagnum verða M.C. Restorff, Svein í Prestgarði, Dia Hvannastein og aðrir góðir tónleikarar. Eisini fer Óli Jacobsen at hava fyrilestur um Missionnær Danielsen (Dollin). Sí skránna á www.smyrilline.fo

Prísur úr

kr. 1.495.

Íroknað Bíbliutúrinum: • Snarferð á leiðini Tórshavn – Hirtshals og aftur • Gisting umborð • 3 x morgunmatarbuffet • 3 x kvøldarbuffet • Bussur niðan í býin í Hirtshals

Les meir á www.smyrilline.fo/tematurar

21


SNARFERÐIR

22


Snarferð til Danmarkar í vetur Hála nakrar dagar úr kalendaranum og kom við snarferð til Danmarkar. Hvørt hóskvøld í tíðarskeiðnum februar og mars er møguligt at fara snarferð við Norrönu til Danmarkar. Vit eru aftur á Havnini mánamorgun kl. 05.00. Tað einasta tú skalt gera, er at njóta tíðina umborð. Norröna leggur at í Hirtshals kl. 10.00 leygarmorgunin, og vit fara ikki avstað aftur fyrr enn kl. 15.00, tískil hevur tú nakrar tímar á landi, har ein sjálvur avgerð, hvussu tímarnir verða brúktir.

Prísur úr

Íroknað snarferð til Danmarkar: • Snarferð á leiðini Tórshavn – Hirtshals og aftur • Gisting umborð

kr. 995

All Inclusive summarcruise Okkara “All inclusive Summarcruise” hóskar til okkum øll; bæði til vaksin, børn, eldri og bólkar. Fráferð fríggjamorgun: 16.06, 23.06 og 30.06.2017 Fráferð sunnukvøld: 11.06-20.08.2017 Hendan ferðin er eitt upplagt høvi hjá støkum, pørum, vinum og familjum at hugna sær umborð á stásiligu Norrönu, ið hevur undirhald, shopping og matupplivingar til allar aldursbólkar.

Prísur úr

kr. 1.495

Íroknað All Inclusive: • Snarferð á leiðini Tórshavn – Hirtshals og aftur • Gisting umborð • Morgunmatarbuffet • Miðmáli í The Diner • Kvøldarbuffet

Snarferð til Ísland í vár- og heysthálvuni Tú gert av, hvussu teir 35 tímarnir við bryggju skulu brúkast. Tá Norröna leggur at á Seyðisfirði týsmorgun kl. 09:00 hevur tú allan dagin at ráða yvir. Tak bilin við fyri einans kr. 499 og far á sightseeing til grannafirðirnar, gongutúr niðan í fjøllini ella ein biltúr til Mývatn - tú nær eisini enn longur burtur frá Seyðisfirði, tí Norröna fer ikki avstað til Tórshavn fyrr enn kl. 20:00 næsta dagin.

Prísur úr

kr. 1.695

Íroknað snarferð til Íslands: • Snarferð á leiðini Tórshavn – Seyðisfjørður og aftur • Gisting umborð • Morgunmatarbuffet • Kvøldarbuffet

Les meir á www.smyrilline.fo/snarferdir

23


NORRÖNA

Kømur umborð Ljós og góð kømur við mongum hentleikum. Umborð á Norrønu eru ljós og góð kømur, til ber at velja ímillum 2- og 4 koyggjukømur við og uttan vindeyga. Eru tit ein størri familja, ber til at bíleggja eitt familjukamar. Kamarið er samansett av tveimum kømrum við hurð ímillum. Ynskja tit eitt sindur eyka, kunnu vit viðmæla eitt dupultkamar ella luksuskamar við dupultsong, sofasett og minibarr.

24

Luksuskamar

4-koyggjukamar við vindeyga

Familjukamar

Kamar við dupultsong

4-koyggjukamar uttan vindeyga

Couchettir

Les meir á www.smyrilline.fo


Matstovur umborð Umframt at vera kent fyri góðskubúffar, hevur Simmer Dim Steakhouse spennandi forrættir og aðrar vælsmakkandi rættir í einum avslappandi og vinarligum umhvørvi. Ferðafólk siga, at Simmer Dim Steakhouse er staðið at fara og fáa sær ein vælsmakkandi búff. Har er hugnaligt, og tú fær góða tænastu. Simmer Dim Steakhouse hevur annað enn teir moyru Angus-búffarnar, s.s hummarasúpan til forrætt og ostakakan omaná.

The Diner

Norröna Buffet

Allar máltíðir við drykkjuvørum til børn Vit hava sett eitt serligt matartilboð saman til børnini. Í matartilboðnum fáa børnini eitt armband, sum gevur atgongd til morgunmat, miðmála og døgurða við einari drykkjuvøru til hvørja máltíð í The Diner og Buffet matstovuni. Barnið má fylgjast við einum vaksnum. Børn (3-11 ár): kr. 125 hvønn vegin Børn (12-15 ár): kr. 200 hvønn vegin

Matar armband

Les meir á www.smyrilline.fo

25


TILBOÐ Gisting í 2 nætur íroknað morgunmat Vit hava 22 stór og hugnalig kømur og eina íbúð.

Einakamar

Dupultkamar

kr. 1.195

kr. 1.295

Familjukamar

Íbúð (upp til 9 fólk)

kr. 1.595

kr. 4.495

Tel. 34 59 00 | booking@hotelskalavik.fo | www.hotelskalavik.fo 26


27


Smyril Line  |  Yviri við Strond 1  |  Postbox 370  |  110 Tórshavn, Føroyar Tel. 34 59 00 | booking@smyrilline.fo | www.smyrilline.fo Depositum á minst kr. 3.000 skal rindast við bílegging. Restgjaldið skal rindast ein mðr. áðrenn fráferð. Fyrivarni verður tikið fyri útseldum fráferðum 28

Frítíðin byrjar umborð 2017 faldari  
Read more
Read more
Similar to
Popular now
Just for you