Issuu on Google+

nr. 8

07. Oktober 2009

Frítíðararbeiði! Týsdagin 20. oktober byrjar frítíðararbeiði aftur. Hvørt ár koma heilt nógv børn til frítíðararbeiði, og neyðugt er við nógvum hjálparfólki. Tey ið eru áhugað at hjálpa verða biðin um at ringja 315854 ella 314343.

Christmas Child 25. oktober Nú nærkast tíðin, tá skógvaeskjurnar verða savnaðar. 25 oktober er seinasta freist at lata skógvaeskjurnar inn. Á hvørjum ári er spenningur um, hvussu nógvar skógvaeskjur verða innsavnaðar, og vónandi verður árið í ár met ár.

Samfelagsmøtini 2009 Í døgunum 4-8 november verða samfelagsmøtini í høllini á hálsi. Evnið í ár er:

Nú er tíðin til frelsu, vøkstur og tænastu. Fyrireikarnir vóna at samfelagsstevnan í ár verður eins góð og signað sum tær undanfarnu.

“Øll ynskja at liva leingi, men ongin dámar at blíva gamal”


Hey:) Navn: Anna Helena Otthamar Hvar hevur tú verið? Mandritsara, Madagaskar Hvussu leingi vart tú har? 5 mánaðir Hvat gjørdi tú har? Arbeiddi sum sjúkrarøktarfrøðingur á einum sjúkrahúsið. Hvussu ber tað til at tú fórt hagar?

Judy og Óli á Grømma Jacobsen á møtinum mikukvøldið 14. oktober. Judy og Óli verða á møtinum mikukvøldið 14. oktober. Óli fer fyrst at greiða frá arbeiðinum í New Tribes Mission í løtuni. Síðan fer Óli at hava nakrar tankar úr Skriftini.

“Bíða ikki til í morgin við tí tú kanst gera í dag”

Eg havi leingi yngst at brúka útbúgvingina hjá mær í hjálpararbeiði so tá hesin møguleikin vísti seg var eg ikki í iva um at hetta mátti eg royna. Hvat fert tú at gera nú? Arbeiða her í Føroyum Er enn tørvur á hjálp har? Har er enn stórur tørvur á hjálp. Serliga mangla tey læknar, jarðamøður og sjúkrarøktarfrøðingar. Bønarevni: Biðið fyri leiðsluni á sjúkrahúsinum Tit kunnu vitja heimasíðuna hjá: HVM(Hopitaly Vaovao Mahafaly). www.mandritsara.org.uk

Anna Helena

Fagnaðarljóð í 2. útgávu

Tá sangheftið Fagnaðarljóð kom í 2002 við 135 sangum og kórum, var ætlanin, at tað skuldi endurnýggjast eftir 3-4 árum. Nú 7½ ár eru farin, síðan tað varð prentað, er tíðarinnar tonn farin við flestu sangheftunum, og tí var avgjørt at tey ikki verða brúkt longur. Nýggja útgávan av Fagnaðarljóð er farin til prentingar, og ætlandi verður tað tikið í brúk á møtinum mikukvøldið 14. oktober. Tá verður eisini gjørt eitt sindur burtur úr, at vit hava fingið nýtt sanghefti. www.ebenezer.fo


Sitatuni hesa vikuna eru frá 16. Serlig tiltøk í Ebenezer: Amerikanska forsetanum Abraham 10. Oktober- Brúarvígsla Hanus S. Rasmussen og Ásla Dam Lincoln.

Stuðulstiltakið Sahbai

Sunnudagsskeið 26. okt.

16. og 17. oktober skipa Noomi og Eli Christiansen fyri asiatiskum marknaði á Torginum í SMS. Møguleiki er at keypa turrikløð, taskur, buksur, kryddurtrar og mangt annað. Alt yvirskotið frá tiltaknium fer til felagsskapir í Kambodja og Thailandi, ið hjálpa kvinnum og ungum gentum úr skøkjulevnaðinum. Mynd Fleiri føroyingar hava vitja hesar felagsskapir, m.a. Anna, Richard og Maria Schwartson, Absalon Absalonsen og Ebba, Jens og Sára Andreassen.

Sunnudagin 26. okt. var skipað fyri sunnudagsskúlaskeiði í Ebenezer. Tað vóru Andrea á Roykheyggi og Malan á Dul Nielsen sum undirvístu. Á skeiðnum kom fram hvussu tú greiðir frá sannleikum í bíbliuni fyri børnum og hvussu tú á ein kreativan og stuttligan hátt kan læra børn minnisvers. Nógvir sunnudagsskúlalærar frá Ebenezer vóru til hetta skeið, sum var sera væl eydnað.

Alt er Guds Vit vita, at alt samvirkar teimum til góða, sum elska Gud. Rom 8.28 Longu áðrenn vit vóru fødd, hevði Gud eina ætlan fyri lív okkara. Hann hevur ongantíð verið burturstaddur - heldur ikki meðan vit enn vóru vantrúgvandi. Tað ið hendi í lívi okkara áðrenn vit tóku við trúgv, verður ikki bara tveitt burtur, men brúkt. Onki fer til spillis í fría trúar

lívinum. Tí nú er alt Guds........ Tá vit taka við trúgv broytast vit. Broytingin gjøgnumseyrar okkum eisini fortíð okkara – bæði tað góða og tað minni góða. Tær upplivingar vit hava havt, kann Gud brúka – bæði okkara hjálparloysi og okkara ófullkomileika. Alt hetta kann verða við til at dýrmeta Gud. Týtt úr bókini ‘God’s Message for each day’ eftir Eugene H. Petersen

“Eg havi ikki virðing fyri tí manni, ið ikki er vísari í dag enn www.ebenezer.fo hann var í gjár”


Skráin 7. oktober – 21. oktober

Hósdagin 7. oktober kl. 12.30 Andakt kl. 20.00 Ungdómsmøti

“Evangeliskt møti”

Símun Absalonsen

Sunnudagin 11. oktober Per Mortensen

kl. 11.00 Minnismáltíð Harrans

kl. 12.00 Sunnudagsskúli kl. 18.00 Evangeliskt møti

Barnasøga og vitnisburða

Mikudagur 14. oktober kl. 20.00 Bønar- og lærumøti

“Nakrir tankar úr skriftini”

Óli á Grømma Jacobsen

“Absolutti mynduleiki Guds”

Zacharias Zachariassen

“Uppgávur í samkomuni”

Oddmar Færø

Hósdagin 15. oktober kl. 12.30 Andakt kl. 20.00 Ungdómsmøti

Sunnudagin 18. oktober kl. 11.00 Minnismáltíð Harrans

kl. 12.00 Sunnudagsskúli kl. 18.00 evangeliskt møti

Justines Eliasen

Mánadig 19. okt kl. 20.00 kvinnumøti

Mikudagur 21. oktober kl. 20.00 Bønar- og lærumøti

Innsamlingin sunnumorgunin: 11. okt. fer til byggi grunnin & 18. okt. fer til trúðboðarir Kontonr. 6460-153.181.8

Barnaansing er til møtini sunumorgum kl. 11.00 og sunnukvøldið kl. 18.00

Ebenezerblaðið, Niels Finsens gøta 6, ebenezerbladid@ebenezer.fo, 311804 “Øll dáma at fáa rós”

Ábyrgd: Sjúrður Olsen

www.ebenezer.fo


Ebenezer blaðið oktober 1