Page 1


Hjartaliga vælkomin til Soli Deo Gloria Vit fegnast um at bjóða tykkum vælkomnum til fyrsta sjónleikin á Tjóð­pallinum í 2018. Vit byrjaðu árið við eini dansiframsýning, og nú hava vit sjónleik, næst er ein kamaropera, og eftir tað bæði leikur, sansalabyrint og dansur – alt hesumegin summarferiuna. Tað er altíð spennandi at bjóða áskoðarum inn í okkara lítla leikhús, her vit støðugt arbeiða fyri at røkka stórum listarligum málum. Hesaferð er tað leikur, ið varð spældur fyrstu ferð í 2015 í Danmark. Ein leikur eftir Peter Asmussen, ið verður sammettur við størstu norðurlendsku dramatikarar við sínum beinrakna skrivingarhátti og teim evnum hann tekur upp.

Jenny C. Petersen stjóri

Soli Deo Gloria nertur við okkum øll og gevur okkum nakað at hugsa um gjøgnum eina listarliga uppliving. 12 søgur, her hvør søga hevur sítt lív. Hvør søga hevur sín uppruna. Ein hending, ein tanki, við hvørt fleiri lagnur – veruligar og hugsaðar. Djørv list bjóðar fatanum og meiningum av. Við list er møguligt at taka sár, óunnilig ella beinleiðis tabu aktuell evni upp og viðgera tey og hjálpa at seta orð á, bróta tøgnina og flyta mørk uttan at peika eftir ella døma nakran. Vit kunnu hálvgum kenna okkum aftur í eini søgu, einum leikluti ella einum setningi, uttan at tað tó er okkara søga, ið er søgd. Síðan í januar hava fleiri av okkara framúr dugnaligu leik- og listafólkum við av einum av dugnaligastu donsku leikstjórunum, Christoffer Berdal, sum leiðara, arbeitt á Tjóðpallinum, fyri at siga tykkum hesar søgurnar. Hóast tað gleðir okkum at sleppa at bjóða tykkum inn í okkara leikhús á Meiarínum, so fegnast vit stórliga um, at lands- og býarpolitikarar aftur hava sett gongd á arbeiðið við at fáa eitt nýtt Tjóðleikhús. Eitt leikhús, ið fer at betra umstøðurnar hjá okkara dugnaligu listafólkum og soleiðis menna og stimbra leik- og pallistina í Føroyum. Eitt leikhús, ið gevur áskoðarunum fleiri dygdar­góðar mentanarligar upplivingar.

Eitt tjóðleikhús til gleði fyri øll 45. Leikverk | Leikárið 2017-2018


Yvir hvørjum tindi er ró, av nøkrum vindi valla ljóð villist um vøll. Blikurin blundar á sundi – burtur í blundi berast vit øll. J.W. von Goethe. Týðing: J.H.O. Djurhuus

3


12 SØGUR UM at finna, merkja, fáa, geva, líta á, missa, varðveita, tora, trúgva upp á og ynskja KÆRLEIKA SOLI DEO GLORIA eftir Peter Asmussen er ein kaleidoskopiskur leikur um okkum menniskju í støðum, har tørvurin á kærleika er størstur, og evnini at elska eru minst. Ein leikur um at vera á lívi og at vera í lívinum. Peter Asmussen skrivar beinrakið og uttan stór­ vegis undirtekst, og hann letur leiklutirnar siga tingini bart út. Í grundgevingini fyri at lata Peter Asmussen Reumert-prísin fyri SOLI DEO GLORIA segði dómsnevndin m.a:

4

„Í SOLI DEO GLORIA vísir Peter Asmussen ein einastandandi málsligan og dramaturgiskan neyv­leika, sum setir hann í heimsflokk saman við Strindberg, Bergman og Norén. Við eini gróthart skamtaðari frásøgn lýsir Asmussen stuttar leik­ myndir, sum í spenninum millum søgulig tíðar­ skeið og geografisk støð upploysir frásøgu­rúmið til eitt ongamannaland – eitt dreymaspæl.“ Peter Asmussen er spældur í Føroyum fyrr. Í 2016 vóru íslendsku Maria Ellingsen og Bjørn Ingi Hilmarsson her við EINGIN MØTIR NØKRUM (Ingen møder nogen), og SOLI DEO GLORIA var sama árið framførdur sum Reading (upplestur) á norður­lendska festivalinum DAGARNIR 2016. Leikurin ONGIN MØTIR NØKRUM var eisini spældur á LeikREAD á Tjóðpallinum í 2013 við Anniku Johannessen og Páll Danielsen.


5


PETER ASMUSSEN

SOLI DEO GLORIA TÝÐING: HANS TÓRGARÐ

Leikstjóri: Pallmynd og búnar: Tónleikur og ljóðmynd: Ljósdesign og video:

Christoffer Berdal Turpin Napoleon Djurhuus SAKARIS Turpin Napoleon Djurhuus

Leikarar:

Beinta Clothier Gunnvá Zachariasen Allan Dalsgarð Hans Tórgarð Ljós, ljóð og tøkni til sýningar: Sámal Clothier Teskari undir venjingum: Katarina G. Nolsøe Seyming/búnar: Katrin Bonde Pallgerð: Símun Pauli Hansen, David Geyti, Janus Kamban og Birgir Djurhuus Hár & smyrsl: Marjun Olsen Foto: Høgni Heinesen Plakat og leikskrá: Savna / Føroyaprent Marknaðarføring: Savna

Yrkingin „Náttarfriður“ eftir J.W. von Goethe í týðing hjá J. H. O. Djurhuus Tøkk til:

Tórshavnar Kommunu, Sjónleikarhúsið, Euro Express. Turið Nolsøe, Lauru Joensen, Fótbúna, Landssjúkrahúsið og Skógrøkt Landsins SOLI DEO GLORIA eftir Peter Asmussen Teaterforlag: Nordiska ApS - København

6

Leikárið 2017-2018 | 45. Leikverk – premiera 17. februar 2018


Beinta Clothier

Gunnvรก Zachariasen

Christoffer Berdal

SAKARIS

Allan Dalsgarรฐ

Hans Tรณrgarรฐ

Turpin Napoleon Djurhuus

7


CV Christoffer Berdal er føddur í 1967 og útbúgvin pallleikstjóri á Statens Teaterskole í 1998. Hann hevur leikstjórnað fleiri enn 70 leikum á smáum og stórum pallum í og uttan fyri Danmark. Frá klassikarum til ný­skriv­ aðan dramatikk og opera. Millum annað: Absolut Holberg, Erasmus Montanus og Den Stundesløse á Grønnegårdsteatret. Bygmester Solnes, Jeppe på Bjerget og Terror á Det Kongelige Teater. Mågen, Gergersen sagaen, Mesteren og Marguerite á Århus Teater. Pigen fra Vesten á Den kongelige opera. Stovu­genturnar, leik­bólkurin Tvazz (FO). Harumframt hevur hann undirvíst leik­stjórum og sjón­leik­arum og arbeitt við sjónleiki við palestinskum og irakiskum flóttum í Danmark og Miðeystri.

Peter Asmussen (1957-2016) var danskur rit­høvundur, dramatikari og leikritahøvundur. Hann vann tvær ferðir Reumert-virðislønina sum ársins dramatikari, fyrru ferð í 2010 fyri INGEN MØDER NOGEN og seinnu ferðina í 2016 fyri SOLI DEO GLORIA. Peter Asmussen skrivaði harumframt m.a. filmshandritið til Breaking the Waves saman við Lars von Trier í 1996.

8


9


10


11


FRUMSÝNING 24. MARS

OPERA:

MOZART

Á FØROYSKUM

DAGBÓKIN HJÁ LEPORELLO ‘Dagbókin hjá Leporello’ er ein kamaroperaversjón av tí tiltiknu og væl dámdu operuni hjá Mozart, ‘Don Giovanni’. Hetta er ein operabuffa, ein komisk opera, sum kortini fevnir um ein ávísan álvara. Ein opera um stórar kenslur, ja. Men eisini ein opera um opera. Leikstjóri: Annfinnur Heinesen | Kapellmeistari og rithøvundur: Fabian Dobler |

12

Solistar: Herfinnur Árnafjall | Ernst Sondum Dalsgarð | Birita Adela Davidsen | Douglas Yates | Birita Poulsen | Paula Danielsen Samstarv við Opera.fo


FRUMSÝNING 17. MARS Í VESTMANNA

MÍN FANTASTISKA SKILSMISSA Angela Kennedy Lipsky er ein kvinna miðskeiðis í lívinum, sum plagdi at vera onnur helvtin av tí eydnuríka parinum Angela og Max. Max stingur tó av við einari yngri modelli, dóttirin flytur út við sjeikinum, og eftir situr Angela við hundinum Dexter í teimum stóru familjuhúsinum. Leiklistarlig ráðgeving: Ágústa Skúladóttir | Leikari: Kristina Sundar Hansen | Dramaturgur, pallur, hjálparleikstjórn o.a.: Durita S. Poulsen

EIN ROMANTIS K KOMEDIA EFTIR GERALDINE AR ON

FRUMSÝNING 21. AUGUST

SjúktSunn Ein absurd komedia eftir Mette Heeno um stripp­ fitness, deyðsangist, undur, kossar og kaloriur, og stríðið hjá familjuni at liva lukkuliga alla ævi sína. Leikstjóri: Hans Tórgarð | Leikarar: Mariann Hansen | Gunnvá Zachariasen

HVUSSU VERÐA VIT LUKKULIG? 13


FRUMSÝNING 20. MAI

BÝURIN OG ALT ANNAÐ „Summi siga, eg eri skaptur av tíð. Nøkur siga, at eg eri skaptur av minnum, ynskjum, gerandis­ ævintýrum og óvanligum løtum. Onnur siga, eg eri skaptur av slóðum, loyndarmálum og træðrum, drigin av fólki, sum fóru framvið. Og eg, óvikandi, hóast broytiligur, ríkur og livandi, síggi, hvussu lívið fer framvið og tú fagnar tí saman við mær“. Leikstjórar: Gabriel Hernandez og Marga Socias | Byggjari: Thomas Roper | Stigtakari og framleiðsla: Gunnvá Zachariasen

SANSAVILLINIBORG FYRI BØ RN, UNG OG VAKS IN Í TÓRSGØTU

Samstarv við TVAZZ

FYRSTU FERÐ LEYGARDAGIN 3. MARS KL. 11.00 Á TJÓÐPALLINUM

SØGUKRÓKURIN Kom og hoyr søgur úr tí spennandi og stuttligu bóka­kistuni. Man tað vera ein søga, tú kennir, ella ein nýggj og forvitnislig søga, sum tú ongantíð hevur hoyrt fyrr? Søgusigarar hesaferð: Beinta Clothier | Hans Tórgarð

14

TIL BØRNINI


FRUMSÝNING MEDIO APRÍL

LEITANIN EFTIR AT VERA Hvussu er at vera á botninum, har bara tað at eta, sova ella vaska sær sjálvum, ikki er til at klára? Har óttin fyri at vera til alla tíðina valdar og síðan gjøgnum tógvið stríð við medisini og terapi og smáum jaligum hendingum hjá teimum næstu, aftur at kenna eina gamla megi búnast, finna sína hill í tilveruni og enntá fara undir nakað nýtt og skapandi.

Tekstur, tekningar og leikstjórn: Katarina G. Nolsøe | Leikstjórn og tónleikur: Búi Egason Dam | Leikari: Gunnvá Zachariasen

Samstarv við Katarinu G. Nolsøe

EIN SØGA UM AT VERA Á BOTNINUM

GESTASÝNING 21., 22. OG 23. JUNI

„For You My Love!“

DANSIVIÐ FRAMSÝNING HTER JOHANNE RIC COMPANY

Dansarar/leikarar: Tim Bergmann | Jannis Spengler | Sasa Kekez | Búi Rouch | Moritz Ostruschnjak

15


VINN ÁRSKORT TIL TJÓÐPALLIN Tíðindabrævið frá Tjóðpallinum er til tín, sum ynskir kunning um leikir og tiltøk, um leikarar, leikstjórar og um lívið handan leiktjøldini á Tjóðpalli Føroya. Øll sum fáa tíðindabrævið eru við í kappingini um eitt árskort til allar leikir á Tjóðpallinum leikárið 2018-2019 Melda til á tjodpallur.fo Ella skanna koduna beint nú:

Ein góður sjónleikur kann vera eitt minni fyri lívið. Vilt tú gleða onkran, sum dámar væl sjónleik ella onkran sum als ikki gongur til sjónleik? Gev teimum eitt gávukort til Tjóðpallin. Gávukort kunnu keypast við upphæddum úr 200 kr upp í 2000 kr og kunnu brúkast til allar sýningar hjá Tjóðpallinum. Gávukort verða pakkað inn og send við postinum beinleiðis til móttakaran ella til tín sjálvs. Keyp her: tjodpallur.fo/gavukort

HÁLVAN PRÍS www.tjodpallur.fo

GLEÐ ONKRAN VIÐ EINUM GÁVUKORTI TIL ÓGLOYMANDI UPPLIVINGAR

ERT TÚ UNDIR 25 ÁR ELLA LESANDI? KEYP ATGONGUMERKI FYRI HÁLVAN PRÍS Tilboðið er galdandi til sýningar týsdag-hósdag

@tjodpallur – Deil tínar upplivingar #tjóðpallur

Fylg Tjóðpallinum á facebook.com/tjodpallur

Soli deo gloria leikskrá  
Soli deo gloria leikskrá  
Advertisement