Page 1

nr. 5

Juni 2009

SummarBlað Hetta er seinasta Ebenezer-blaðið áðrenn summarsteðgin. Næsta útgáva av blaðnum kemur ætlandi 1. september 2009

Klæðir til Rumenia

Mentanarnáttin 5. juni

Bussurin hjá Birgir Andreassen er aftur lessaður við klæðum til Rumenia, og hesuferð eru 9 fólk við í fylginum til Rumenia. Eins og á øllum hinum ferðunum verða møtir hildin, har høvi býðst, og vitja verður ymsastaðni. Birgir og hansara fylgi verða væntandi aftur í Føroym 15. juni.

Mentunarnáttina verða 2 serlig tiltøk á skránni í Ebenezer. Ein sangløta við kórinum verður í Ebenezer kl. 21.00. Eisini verður ein ungdómskonsert í Ebenezer-garðinum kl. 22.30. Sangkórið hevur áður havt konsert á mentunarnáttini, men hetta er fyrstu ferð, at skipa verður fyri at einari útikonsert.

“um vit eru veik í bønini, so eru vit veik í øllum”


Brøður mínir! Roknið tað fyri bera gleði, tá ið tit koma í alkyns freistingar! Tit vita jú, at tá ið trúgv tykkara verður roynd, virkar tað tol. Og latið tolið leiða til fullkomið verk, so tit kunnu vera fullkomnir og heilir, og einki vantar á hjá tykkum! - Ják 1:2-4 Hetta er fyrsta áminningin, sum Jákup ber teimum trúgvandi í sínum brævi. Hann skrivar til jødar, sum eru spjaddir út, eftir at teir hava liðið undir forfylging í sínum egna heimlandi av sínum egna fólki. Pætur ápostul skrivar nakað tað sama í sínum fyrra brævi til jødar í somu samtíð sum Jákups, og møguliga eisini til tey somu trúgvandi: Í henni gleðast tit, um tit so nú stutta tíð – tá ið so skal vera – hava sorg í alkyns royndum, fyri at roynda trúgv tykkara – sum er mangan dýrabarari enn hitt forgeingiliga gull – og tað verður tó roynt við eldi – kann finnast til rós, dýrd og heiður í opinbering Jesu Krists. - 1 Pæt 1:6-7

Tað áhugaverda við hesum báðum brotum er, at báðir hugsa um úrslitið av royndunum. Jákup skrivar um tol og fullkomileika, sum eigur at gerast galdandi nú meðan vit liva. Ein ávøkstur í lívi hins trúgvandi, so at hann/hon kann gerast eitt meiri fullkomið menniskjað, og gera tað, sum Gud hevur ætla til hann/hana. Hetta snýr seg ikki um at vinna gull á Olympisku leikunum. Hetta snýr seg um at tæna Gudi hvønn dag meðan vit liva. Pætur skrivar hinvegin um rós, dýrd og heiður. Hetta er nakað ørvísi, tí at hetta hoyrir til lønina, ið hin trúgvandi fær á evsta degi. Heimurin hevur ikki nakað rós at bera okkum, uttanso fyri eitthvørt tónleika- ella ítróttaravrik. Og her verður heiður fyri eitt hvørt verk skjótt gloymt. Hugsað bert um allar teir, sum máttu gjalda við sínum egna blóði tann 6. juni 1944, soleiðis at Evropa aftur kundi gerast frælst! Har standa nakrir minnisvarðar, men ringt er at minnast teirra andlit, og at geva teimum tann heiður teir sanniliga hava uppiborið. Um tað er hitt komandi, sum er okkum fyri eyga, ella tað er gerandisdagurin, so er áminningin púra greið. At liva tað tíð, sum vit hava fingið fyri Harran og at gleðast í Honum sjálvt um avbjóðingarnar kunnu tykjast ómøguligar at koma ígjøgnum. Mátti Harrin givi okkum náði til tað!

Sjúrður Olsen

Zarepta í Summar Aftur í Summar verður møguleiki hjá mongum børnum at fara til Zarepta á barna og ungdómslegur. Tað er brúk fyri mongum fólkum, nógvum køkum og bollum og ikki minst bønum, so verið vælkomin at luttaka í verkinum.

“Menniskja gevur ráð, Gud gevur vegleiðing”

www.ebenezer.fo


Ungdómurin í Summar Ungdómurin í Ebenezer fer aftur í ár undir eina serliga summarskrá. Evnið fyri summarið er “Tí eri eg kristin”, har dentur verður lagdur á ymiskt, sum er atvoldin til at vit eru kristin. Ungdómsmøtini í summar eru eins og í fjør flutt til leygardag, vegna Zareptalegurnar. Tað fyrsta ungdómsmøtið verður leygardagin 4. juli, og tað seinasta leygardagin 8. August. Tey verða serligani útisetar ið

Heilsan frá Lív Mortesen Eg ferðist runt í Evropa sum trúðboðari og eri á einum liði við sjey fólkum úr seks ymiskum londum. Vit hava júst verði á Malta í eina viku og roynt at fáa evangeliið út har. Tá vit komu fingu vit at vita at tað fór at vera hart og at nógvar forðingar fóru at vera. Men vit lótu ikki hetta forða okkara arbeiði og funnu útav, at Malta er

fara at luttaka á ungdómsmøtunum í summar, nevnast kunnu Niels Pauli Nónstein, Høgni Johannesen og Ingvard Petersen. Nær teir verða verður lýst seinni. Umframt ungdómsmøtir fer ungdómurin eisini at hava útferðir, og gera ymiskt uttandura. Tað hevði verið gleðiligt at sæð mong á hesum summarmøtum, ung sum eldrið.

Johann J. Petersen Men ávøkstur Andans er: Kærleiki, gleði, friður, langmóð, mildleiki, góðska, trúfesti, spakføri, fráhald. - Móti slíkum er lógin ikki.

ótrúliga opið fyri at møta Jesusi. Vit vitjaðu í fýra út av fimm skúlum og sloppu enntá at bjóða til frelsu. Ein kristin ungdómsbólkur varð stovnaður á oynni Gozo og nógv ung komu til trúgv. Alt í alt ein væleydnaður túrur. Nú eru vit í Wien og skulu vera her í tvær vikur. Tit eru vælkomin at biðja fyri liðnum og ungdóminum í Wien.

“Ein sindandi maður gevst at biða, ein biðandi maður gevst at sinda” www.ebenezer.fo


Reglulig tiltøk í EbenezerMánadag kl. 12.30 Andakt Mikudag kl. 20.00 Bønar- og lærumøti Hósdag kl. 20.00 Ungdómsmøti Fríggjadag kl. 20.00 Teen-Night (makavika) Sunnudag kl. 11.00 Minnismáltíð Harrans Barnaansing 10.50 - 11.45 Sunnudag kl. 12.00 Sunnudagsskúli Sunnudag kl. 18.00 Evangeliskt møti -BarnaansingTilfar ella hugskot: Hevur onkur tilfar ella hugskot til blaðið, sum viðvíkur samkomuni, eru tit vælkomin at senda ein t-post Sjúrður Olsen: olssjurdur@hotmail.com Johann Petersen: johannjpetersen@gmail.com Richard Schwartson: schwartson@gmail.com

Seinna Pætursbræv kap. 1 vers 3-8 3 Alt, ið hoyrir til lív og gudsótta, hevur guddómligi máttur Hansara givið okkum við kunnskapinum um Hann, sum kallaði okkum við dýrd og kraft Síni. 4 Harvið hevur Hann givið okkum hini størstu og dýrastu lyfti, fyri at tit við teimum skulu fáa lut í guddómligari náttúru, táið tit flýggja burt frá spilluni í heiminum, sum kemur av girnd. 5 Leggið tykkum tí júst eina við, í trúgv tykkara at vísa dygd, í dygdini kunnskap, 6 í kunnskapinum fráhald, í fráhaldinum tol, í tolinum gudsótta, 7 í gudsóttanum bróðurkærleika og í bróðurkærleikanum kærleika til øll! 8 Táið hetta finst hjá tykkum og eykast, letur tað tykkum ikki standa yrkisleys ella ófruktbør í kunnskapinum um Harra okkara Jesus Kristus.

Sitatini í hesum blaði eru eftir Leonard Ravenhill sála. Leonard Ravenhill var kendur kristin prædikumaður og rithøvundur. Hann hugsaði serliga nógv um bøn og andaliga vekjing. Ravenhill var kendur fyri at koma við sera spískum kommentarum og viðmerkingum um samtíðar kirkjuna og modernaðan kristindóm. Ravenhill var føddur í 1907 og doyði í 1994.

“Væntað vit at verða betur viðfarin í hesu verð, enn Jesus bleiv?” www.ebenezer.fo Ábyrgd: Sjúrður Olsen

Ebenezerblaðið nr. 5  

Útgivið juni 2009

Read more
Read more
Similar to
Popular now
Just for you