Issuu on Google+

Nr. 13 10. oktober 2010

Felagsmáltíðin 26. september Hetta var aðru ferð, at felagsmáltíð var í Ebenezer, og sigast má, at aftur hesa ferð eydnaðist framúr væl. Heilt nógv fólk vóru í Ebenezer henda sunnudagin, og hýrurin var sera góður. Nógv varð gjørt burtur úr borðreiðingini, og úrvalið av vælsmakkandi mati var stórt. Veðrið var gott, so nógv fóru útum í park­ er­ingsøkið at njóta góða heystveðrið aftur við pylsum, ið vórðu grillaðar úti í garði­

num. Meðan tey vaksnu hugnaðu sær saman, spældu børnini uttanfyri. Hugaligt var at síggja samkomuna savn­ aða á hendan hátt – har prát og spæl gekk lívliga, frá teimum minstu sunnu­ dags­skúlabørnunum til tey gomlu. Við takka fyri ein sera góðan og gevandi dag, og gleða okkum til næstu felags­mál­ tíð!

»Náðin, eins og vatnið, rennur til tað lægsta punktið.«


Bókaummæli

‘Lest Innocent Blood be shed’ ‘So sakleyst blóð skal ikki renna’ 5. Mósebók 19:10 Høvundurin Philip Hallie sigur í fororðunum til bók sína ‘Lest Innocent Blood be shed’ frá, hvussu hann einaferð helt fyrilestur í einum býi í USA fyri jødiskum kvinnum, har hann greiddi frá um bók sína.

Ælabogin Le Chambon

Tá hann var liðugur við fyrilesturin, reisti ein kvinna seg upp heilt har afturi í høllini, og spurdi Hallie, um bygdin Le Chambon, sum hann hevði umrøtt, lá við Loire ánna í suður­ fraklandi. Philip Hallie svaraði játtandi, at tala var ta bygdina. Kvinnan stóð tigandi eina løtu, og tað sást at tað bylgdist innan í henni. Síðan segði hon stillisliga: ‘Tú hevur tosað um bygdina, sum bjargaði øllum trim­ um døtrum mínum undan deyðanum. Mitt í øllum ódnarveðrinum og for­ fylging­ unum undir seinna heimsbardaga var Le Chambon ælabogin í lívi mínum’. Henda kvinnan hevði upplivað, hvussu jødar – eftir boðum frá Hitler - vórðu skildir frá restini av fólkinum at verða týndir. Tann sum hevði jødiskt blóð í æðrunum, var ein hóttan móti germansku rasuni, og skuldu týnast – menn og kvinnur, børn og gomul. Snildisligir drápshættir vórðu brúktir av nasist­ unum, har gasskømurini vóru mest effektivu dráps­ amboðini. Avrættingarnar rukku teir fjarastu krókarnar á evropeiska meginlandinum, og jødar í londunum, sum týskarar høvdu hersett, vórðu riknir saman og fluttir til týningarlegurnar, har teur vórðu náðileyst týndir í gasskømrunum. Í eini lítlari bygd í suðurfraklandi, ikki langt frá markinum til Schweiz, hjálpti bygdafólk­ ið umleið 5000 jødum at koma til rýmingar undan nasistisku drápsliðunum. Flestu teirra

komu yvir um markið til Schweiz, har tey vóru trygg. Men fleiri hundrað vórðu fjald á bóndagørðunum rundan um Le Chambon í áravís. Høvundurin Philip Hallie greiðir í bókini ‘Lest Innocent Blood be Shed’ frá hendingum, sum fóru fram i Le Chambon. Ein av hend­ ing­unum skal verða søgd frá her: Ein jødisk kvinna, sum flýggjaði undan nasist­ unum, kom til ein bóndagarð uttanfyri Le Chambon at keypa egg. Konan í húsinum bjóðar henni innar í køkin, og spyr kvinnuna: ‘Sig mær, ert tú jødi?’. Kvinnan gjørdist bangin, tá hon fekk spurn­ ingin, tí hon hevði enn merkini frá frá nasist­ iskari fangalegu, sum hon hevði sitið í. Nú var hon bangin fyri, at hon aftur fór at verða givin í hendurnar á nazistunum. Hon gjørdist ræðslusligin, tá konan rópti á mannin og børnini um at koma niður av loftinum. Men ræðslan hvarv, tá konan sigur við mann­ in og børnini, meðan tey koma oman gjøg­ num trappurnar: ‘Síggið hvør er komin inn til okkara, vit hava fingið vitjan av eini av Guds útvaldu!’. Hallie sigur í bókini, at umleið ein triðingur av íbúgvunum hoyrdu til ‘darbystes’ (ein brøðrasamkoma), og at tey tóku serliga væl ímóti jødunum. Henda kvinnan, sum var flýggjað gjøgnum alt Europa undan nasistunum, bara tí at hon var jødi, og ongastaðni kundi kenna seg trygga, varð bjóðað inn sum heiðursgestur hjá hesi bóndafamiljuni, har hon kundi kenna seg trygga. Uttan at ræðast vandan við at hýsa jødum og øðrum jagstraðum, var henda familjan saman við hinum í bygdini við til at bjarga túsundtals menniskjum. Í Yad Vashem í Jerúsalem er minnisrit til at heiðra bygdafólkinum í Le Chambon-Sur-Lignon.

»Tann Gud, ið er nóg vísur at skapa meg og alheimin, Hann er eisini nóg vísur at taka sær av mær.«


Nr. 13 10. oktober 2010

Samfelagsstevnan 2010 - 3.-7. november Heitið fyri samfelagsstevnuna í ár er ‘Harrin er hjálp og styrki okkara, hjálp í neyðini, til fulnar royndur’. Heitið er 2. vers í Sálmi 46. Ætlanin er at hava ein setning til hvønn dag­in í høllini, soleiðis at fríggjadagin er heitið ‘Harrin er hjálp og styrki okkara’, leyg­ ardagin er heitið ‘Harrin er hjálp í neyðini’, og sunnudagin er heitið ‘Harrin er til fulnar royndur’.

Samfelagsstevnan byrjar við bønarmøti miku­­­ kvøldið, og síðan er møtini hósdag og fríggja­ dag í Ebenezer. Fríggjakvøld byrja møt­­ ini í høllini á Hálsi,og halda fram leyg­ar­dag og sunnudag. Sunnudagin verð­ur barna­­møti í Ebenezer kl. 12. Sum vanligt hava vit um­ framt Ebenezer kórið vitjan av hinum kóru­ num. Ungdómstiltøkini eru sum vanlig fríggja­kvøld og leygarkvøld, og byrja kl. 22.

Christmas Child

Nýggja Songbók Guds Fólks

Christmas Child er heimsins størsta hjálpar­ tiltak fyri børn. Hvørt ár verða 7- 8 milliónir skógvaeskjur latnar treingjandi børnum runt um í heiminum. Í fjør vórðu 4060 eskjur sendar úr Føroyum til Rumenia. Væntandi fara skógvaeskjurnar úr Føroyum aftur í ár til Rumenia.

Nýggja Songbók Guds Fólks kemur vænt­ andi út tíðliga í 2011. Bókin verður innbundin og kemur at kosta 200 kr. Vit heita á tykkum um at seta tykkum fyri at keypa minst tvær songbøkur, eina til tykkum sjálvi til heima­ brúk, og eina til at leggja í Ebenezer. Møgu­ leiki er longu nú at gjalda fyri bókina – antin við at gjalda kontant á skrivstovuni, ið er opin undan og eftir møtini sunnumorgun og mikukvøld, ella at flyta peningin á kontu 9181-123.478.3 og við­ merkja navn og sálma­bók.

Faldarar liggja í gongini í Ebenezer og á heima­síðuni www.ebenezer.fo. Um tykkum tørvar hjálp at klæða eskjurnar við gávupappíri, sigið so frá á tlf. 511804. Seinasta freist at lata inn skógvaeskjur er sunnudagin 31. oktober.

Vaska Zarepta Ebenezer hevur ábyrgd av at vaska Zarepta 13. oktober.. Einki møti verður tí miku­kvøld­ ið 13. oktober. Sí annars heimasíðuna.

Andaktsbrot – At liva í frælsi Kastið alla sorg tykkara á hann. Tí Hann hevur umsorgan fyri tykkum. 1. Pæt.br. 5.7 Taka vit gleðiboðskapin persónliga, so er tað góð tíðindi til okkara. Um vit royna at lata sum um vit eru nøgd og glað, tá vit eru fylt við stúran og ótta, tyngd av skuldarkenslu og vónloysi so megna vit tað ikki.......... Kærleiki Guds og frelsa okkara er fullkomin í Jesusi Kristi. Tað eru tey góðu tíðindini. Tá ið vit taka ímóti honum verða vit sett í frælsi. Lív okkara broytist frá at verða fylt av skuldarkenslu og ótta til at verða fylt við vón. Tað eru tey góðu tíðindini. Týtt úr bókini ‘God’s Message for each day’ eftir Eugene Peterson.

»Eitt og hvørt kjak um hvussu pína og neyð passa inn í Guds ætlan, endar altíð aftur við krossin«


Skráin 11. – 24. oktober Mikudagin 13. oktober Einki møti. Vit vaska á Zarepta Hósdagin 14. oktober kl. 20.00 Ungdómsmøti Leygardagin 16. oktober kl. 14-18 Fyrilestrar “Er Bíblian álítandi” – Dr. David Reid Sunnudagin 17.oktober kl. 11.00 Minnismáltíð Harrans – Dr. David Reid kl. 12.00 Sunnudagsskúli kl. 18.00 Evangelisktmøti – Dr. David Reid

Mánadagin 18. oktober kl. 20.30 Hugnaløta fyri yngri kvinnur Mikudagin 20. oktober kl. 20.00 Bønar- og lærumøti Hósdagin 21. oktober kl. 20.00 Ungdómsmøti – Jógvan Jacobsen og Marjun Stauss Sunnudagin 24. oktober kl. 11.00 Minnismáltíð Harrans kl. 12.00 Sunnudagsskúli kl. 18.00 Evangeliskt møti

Endurgevingarnar í blaðnum hesaferð eru eftir amerikanska rithøvundan Philip Yancey. Gjøgnum árini eru seldar meir enn 14 milliónir av bókunum hjá Yancey, og hetta gera hann til ein av mest seljandi evangeliskt-trúgvandi rithøvundum. Bøkur hansara viðgera m.a. trúarspurningar, spurningar til Gud, um hví Gud loyvir pínu og um ótta. Av donskum umsetingum hjá Yancey kunnu nevnast ‘Den Jesus jeg ikke kendte’, ‘Den Gud jeg ikki kendte’ og ‘Den nåde jeg ikki kendte’.

»Summi kenna tað soleiðis, at ongin lurtar í hinum endanum, tá ið tey royna biðja. Tey ákæra seg sjálvi fyri ikki at duga at biðja – Bøn krevur trúnna á, at Gud lurtar.«

Niels Finsensgøta 6 · FO-100 Tórshavn ebenezerbladid@ebenezer.fo Tel 311804 / 511804 · www.ebenezer.fo Ábyrgd: Ebenezer


Ebenezerbladid nr. 13