Issuu on Google+

nr. 10

02. desember 2009

Eldraløta 5. desember kl. 16.00 Jólahugni í frítíðararbeiðinum Leygardagin 5. desember kl. 16.00 verður Eldraløta í Ebenezer. Nógv áhugavert verður á skránni. Millum annað kemur Jóannes S. Hansen at hugleiða og luttaka við sangi og spæli.

Týskvøldið 8. desember er síðsta kvøld í frítíðararbeiðinum í hesum árinum. Á skránni er sangur, søga, frítíðararbeiði og haraftrat verður jólahugni. Frítíðararbeiðið heldur fram næsta ár, fyrsta ferð eftir nýggjár verður 12. januar 2010.

“Minst til hendan desember mánað, at kærleiki vigar meiri enn gull”


Framsýning og bók um Ingálv av reyni Fríggjadagin 27. novembur lat framsýning upp í Listaskálanum við málningum av Ingálvi av Reyni. Í tí sambandi kom eisini út bók um Ingálv. Bókin lýsir listamannin Ingálv og hansara menning sum listamann. Listasavn Føroya hevur longu givið fleiri slíkar bøkur út um føroysk listafólk. Sum dømi kundi ein nevnt bøkurnar um Rutt Smith og Sámal Joensen Mikines.

Ingálv av Reyni minnast fleiri av okkum, sum sunnudagsskúlalærarara og lovsangara í Ebenezer, umframt hetta var hann eisini trúgvur at ganga á møti. Nú er so ein bók komin út um Ingálv og vónandi verður tað ikki ov leingi, til at ein fløga við sangum sum Ingálvur hevur sungið verður útgivin.

Kápumyndin á nýggju bókini hevur Ingálvur málað við inspiratión úr listaverki hjá Paolo Uccello, Bardagin við San Romano. Í filminum Svarti sannleiki sum kom út fyri nøkrum árum síðan, sigur Ingálvur eisini sjálvur hvussu bergtikin hann er av myndini hjá Paolo Uccello.

Heilsan úr Onglandi NTM Bíbliu- og Venjingarskúlin, North Cotes, England. Tað fyrsta skeiði av skúla-árinum er næstan komi at enda. Nógv regn og stormur hevur merkt Ongland hesa síðstu tíðina. Vit hava tó ikki merkt so nógv til tað, tí vit liggja við eysturstrondina. 11. desember fáa næmingarnir

jólafríð, tey flestu fara heim til jóla. Vit vera her og halda jól. Foreldrini hjá Erlu ætla at koma og vitja um jólini. Vit ynskja tykkum øllum í Ebenezer eini gleðilig jól og eitt av Harranum signa nýggjár, hjartans tøkk fyri farna ári. Heilsan Erla, Ingvard, Símeon, Súsanna og Natan

“Tá ið vit vóru børn vóru vit takksom fyri tey ið fyltu hosur okkara við www.ebenezer.fo góðgæti, hví eru vit ikki takksom fyri at Gud fyllir okkara hosur við fótrum?”


Heilsan úr Teilandi

Sitatini hesaferð

5 ár í Teilandi Í november mánað vóru tað fimm ár síðan, at vit komu til Chiang Mai, Teiland. Vit takka Gud fyri tíðina, og vóna at vit kunnu verða her nógv ár aftur at. Vit vilja takka tykkum í Ebenezer enn einferð fyri tykkara lut í tænastu okkara her í Teilandi. Vit ynskja at Harrin skal signa tykkum øll ríkliga.

Nógvir eru teir ið hava sagt eitthvørt sitat um jóltíðir, og teir ið eru í blaðun hesaferð eru: Oren Arnold , G.K. Chesterton, Charles Dickens og Kin Hubbard. Oren Arnold hevur eisini skriva yrkingina:

Corine, Sørin og Eli

Jólagávu uppskot: Til tín fígginda - fyrigeving Til ein mótstøðumann - toleransu Til ein vin - títt hjartað Til ein kunda - góða tænastu Til øll - olmussu Til hvør barn - eina góða fyrimynd Til tín sjálvan - virðing

Virðing fyri orði Guds Eftir vilja sínum føddi Hann okkum við sannleiksorði, so vit skuldu vera frumgróður skapninga hansara. Ják. 1,18 Okkara førleiki at samskifta munnliga okkara millum eyðkennir okkum sum menniskju. Orð eru tann samskiftisháttur, sum greiðir frá hvørji vit eru. Onki annað sigur meira um okkum, enn tey orð vit nýta. Nýta vit ljót og illavorðin orð, so setur tað eisini sín dám á lív okkara.

Tað er ein samanhangur millum, hvussu vit skilja okkum sjálvi og gerast tey vit eru gjøgnum nýtsluna av orðum, og hvussu vit skilja orð Guds og komu hansara okkara millum. Tað sum eyðkennir sanna kristna trúgv er virðingin fyri orði Guds: Guds orð fyrst og fremst og síðan orð okkara, soleiðis sum tey verða til í bønum, játtanum og vitnisburðum. Týtt úr bókini ‘God’s Message for each day’ eftir Eugene H. Petersen

“Eg vil varða jólini í mínum hjarta og royna atwww.ebenezer.fo halda tey alt árið” - Ebenezer Scrooge (Charles Dickens)


Skráin 3.desember – 16. desember

Hósdagin 3. desember kl. 12.30 Andakt kl. 20.00 Ungdómsmøti

“Lystir Heimsins” - Jens Olsen

Leygardagin 5.desember kl. 16.00 Eldraløta

Sunnudagin 6 desember kl. 11.00 Minnismáltíð Harrans

Jógvan Edvard Joensen

kl. 12.00 Sunnudagsskúli kl. 18.00 Evangeliskt møti

Mánadagin 7. desember kl. 20.30 Kvinnumøti

Eydna Háberg og Margith Niclasen “Fyrigeving”

Týsdagin 8. desember kl. 17.00 Frítíðararbeiði

“Jólahugni”

Mikudagur 9. desember kl. 20.00 Bønar- og lærumøti

Hósdagin 10. desember kl. 12.30 Andakt kl. 20.00 Ungdómsmøti

Sunnudagin 13. desember kl. 11.00 Minnismáltíð Harrans

kl. 12.00 Sunnudagsskúli kl. 18.00 Evangeliskt møti

Mikudagur 16. desember kl. 20.00 Bønar- og lærumøti

Barnaansing er til møtini sunumorgum kl. 11.00 og sunnukvøldið kl. 18.00 Niels Finsensgøta 6, ebenezerbladid@ebenezer.fo, 311804, 511804 “Einki er so óreint sum at geva børnunum naka brúkiligt www.ebenezer.fo í jólagávu”

Ábyrgd: Ebenezer


Ebenezerblaðið nr. 10