Page 1

PÚRA ÓKEYPIS,– við G! plakat

THE GOOD TIMES

HVØR ER FRED RUDDICK? GER MAT!

s&s SPURNINGAR & SVAR

Ger mat og blás tíni vinfólk um koll við átta sjúkum festivaluppskriftum

Og hvussu fekk hann fatur á Rag’n’Bone Man? Vit hitta bretan í Miðvági eina viku áðrenn festivalin.

Nær opnar tjaldingarøkið og hvat sleppi eg at hava við inn á festivaløkið? Questions & answers við fyriskipararnar á G! Festival 2018

SÍÐA 30

SÍÐA 8

SÍÐA 38

FRÁ RUSKI TIL RÍKIDØMI Fyri júst tveimum árum síðani gav ein ókendur Rory Graham úr Sussex nýtt lag út. Lagið bar heitið Human. Áðrenn hann visti av, var hann blivin til Rag’n’Bone Man og ímyndin av bretskum popptónleiki. SÍÐA 4

ÁRSINS GRUND TIL AT FINNA DANSI­ SKÓGVARNAR FRAM Bæði fríggjakvøld og leygarkvøld er Grundin grundvøllur undir elektroniskum undirvallartónleiki, sum tú ikki finnur á hinum pallunum. Vit hava hitt skiparan í Grundini, Mike Antony. SÍÐA 43

AMATØROYAR “Vit sakna øðrvísi tankar í almenna rúminum” Við yvir 60 túsund avspælingum hevur podcastið Amatøroyar kanska rakt okkurt í okkum. Leygardagin kanst tú uppliva podcastin Amatøroyar live í Syðrugøtu. SÍÐA 20

”Stuttligasta vikuskiftið í Føroyum”


VÆLKOMIN Á G! So nærkast hann aftur, tjóðardagurin fyri okkum í Eysturkommunu. Ja soleiðis kennist tað hesar vikurnar upp undir G! festivalin. Fólk eru byrjað at stákast uttanfyri, mála garð, sláa gras og tað, ið hartil hoyrir, so at fríðkað er um, nú túsundtals fólk um nakrar dagar vitja kommununa. Hetta fær meg at hugsa um týdningin, ið G! festivalurin hevur fyri Eysturkommunu. ”Eitt tað størsta mentanarliga brandið út í heim,” vil onkur vera við. Lítið er at ivast í, at G! festivalurin so sanniliga hevur sett okkum á føroyakortið og í fleiri førum eisini á heimskortið. Tónleikur hevur í fleiri ár verið ein stórur partur av mentanini í kommununi, og her eru fleiri av Føroya fremstu tónleikarum bæði beinleiðis og óbeinleiðis uppaldir. Tað er eisini her, at tær stóru rembingarnar innan tónleik í Føroyum hava verið nógv tey seinastu árini.

Viðurkenningarnar og umtalan, ið festivalurin fær í altjóða miðlum, hevur við sær, at fleiri og fleiri útlendingar koma til Føroyar og til Eysturkommunu fyri at uppliva G!. Hetta fegnast vit sjálvsagt um, men eins týdningarmikið fyri okkum er, at borgararnir í Eysturkommunu fáa eina góða uppliving saman í vøkru náttúruni í Syðrugøtu. Eysturkommuna leggur stóran dent á at vísa vælvilja, tá skipað verður fyri átøkum, ið borgarin stendur fyri. Hetta er G! festivalurin eitt gott dømi um. Festivalurin, ið er sprotin úr tónleikarørsluni í Gøtu, er fyrst og fremst drivin av eldsálum, sum við árunum hava megnað at standa fyri einum av bestu tónleikafestivalum í Evropa. Hesum eru vit sera errin av. Eg vil við hesum ynskja øllum hjartaliga vælkomnum á G! 2018.

Jóhan Christiansen, borgarstjóri


90’S NORMCORE OG FLEIRI LØG AV ULL

22 EINGIN ORSØK AT GLOYMA SÍNI PRINSIPP, BARA TÍ MANN HEVUR TAÐ STUTTLIGT

43 16 ÁR OG FYRSTU FERÐ Á G!

46 HØVUNDAR: RÆTTLESTUR: Sanna Nolsøe Djurhuus, Sanna Nolsøe Djurhuus Heidi Lindenskov Róadóttir, Torfinnur Jákupsson, Mia Helmsdal Clothier, Margreta Súsonnudóttir Hansen, Birgith Lassen, Björt P. Nónklett, Katrin Joensen-Næss, Rólant Dam

UPPSETING: illugraphique.com PRENT: Prentmiðstøðin UPPLAG: 6.000 eintøk

ÚTGEVARI OG ÁBYRGD: Publikkin Media J.C. Svabosgøta 8


FRÁ RUSKI TIL RÍKIDØMI Fyri júst tveimum árum síðani – í juli mánaði 2016 – gav ein ókendur Rory Graham úr einum lítlum enskum býi í East Sus­ sex eitt nýtt lag út. Lagið bar heitið ’Human’, og upprunaliga var tað ætlað sum eitt slag av eykalagi á fyrstu fløguni, sum enn var í gerð. Áðrenn hann visti av, var hann undir lista­navni sínum Rag’n’Bone Man vorðin nýggja ímyndin av bretskum popptón­ leiki. Síðstu tvey árini hevur Rag’n’Bone Man toppað á óteljandi hitt­ listum. Fyrsta fløgan hansara, sum kom út í februar mánaði í fjør við sama heitinum ’Human’, hevur selt skjótari enn nøkur onnur frumútgáva hetta tíggjuáraskeiðið. Í fjør vann hann heiðurin sum ’British Breakthrough Act’ og ’Critics’ Choice Award’ á høgt mettu Brit Awards, eins og hann vann ’British Single of The Year’ í ár. Videolagið fyri staklagið ’Human’ hevur rokkið yvir eina hálva milliard hyggjarum. Ongin ivi er um, at hetta er eitt tað størsta og mest aktuella bretska tónleikanavnið í løtuni, og áhoyrarafjøldin á Gøtusandi mikukvøldið 11. juli kl. 22.00 kunnu telja seg millum tey heilt hepnu. Hóast tað tykist hava gingið skjótt fyri seg, byrjaði Rag’n’­ Bone Man longu sum fimm ára gamal at rappa. Hann tordi tó ikki veruliga at avdúka sína serstøku songrødd, fyrr enn pápin ­eggjaði honum at drekka einar tvær øl og fara upp á pall heldur enn bara at syngja undir brúsuni. Djúpa røddin ljóðar sum hoyrir hon heima í blues umhvørvin­um í suðurstatunum í USA í 1950unum, heldur enn einum ungum hvítum breta, sum fyri stuttum gjørdist 33 ára gamal. Tón­ listarliga úttrykkið hevur sínar røtur í blues, jazz, funk, soul og gospel við nútímans hip-hop íblástri. Og alt hetta rennur saman í eina hægri eind. Rag’n’Bone Man rekur ímóti streyminum í mun til nógv av dag­ sins poppi, ið innihaldsliga ofta hevur lyndi til at hella yvir í grynra endan av hylinum. Frá at verða burturvístur frá skúlanum til at verða millum heim­ sins størstu tónleikanøvn í dag, so tykist tað av sonnum sum ein ‘rags to riches’ ferð hjá Rory Graham. Tá ið tú fært tilvildar­ liga uppringing frá Elton John, og Denzel Washington gevur tær sín sess, so stendur bara væl til. Men at vera kendur er ikki tað, sum hevur størstan áhuga – tað er nevniliga at framføra live, sum hann eisini vunnið sær framúr ummæli fyri. Sambært honum sjálvum er hann ein gerandismaður við stóra G, og tað passar bara heilt væl inn í G! andan. Vit gleða okkum til gerast eina ógloymandi løtu ríkari saman við Rag’n’Bone Man á Gøtusandi.


RAG’N’BONE MAN SANDURIN · MIKUDAGUR · KL. 22

[UK]


SKRÚVA UPP!

Gríp snildfonina, ger klárt at taka mynd og peika á grafikkin. Puts hey! Nú dettur tú eftir høvdinum inn á ársins playlista, sum G! hevur gjørt tær, og sum heilt víst fær teg í rætta hýrin. Hoyr Teit, Rag’n’Bone Man, Marius Ziska, Scarlet Pleasure, Faithless, FRUM, Iris Gold og nóóógv fleiri <3 Skrúva upp, blunda og merk sandin kitla millum tærnar.


NEI til ovurviðkvæmiselvandi evni! NEI til djóraúrdráttir JA TIL TA BESTU DYGDINA!


8

KÓR OG VIOLIN VAR IKKI NOKK FYRI MEG Í einum kjallara í Miðvági situr maðurin við ábyrgd­ ini fyri the good times. Bara tíggju dagar resta í, til G! festivalurin byrjar. Og í ár verður aftur byrjað við einum bresti. Sum tónleikabókari hjá G! er Fred ­Ruddick maðurin, sum setur lív í tónleikin. Hvør er ­hesin maðurin, og hvaðani kemur hann?

H

etta er triði G! festivalurin, eg havi fyrireikað. Eg havi búð í Føroyum í fimm ár, og viðvíkjandi uppihaldsloyvi, so havi eg eina 10 ára avtalu. Eg eri ikki ein innflytari, men tilflytari,” sigur Fred við einum smíli. Hjá einum útlendingi og tónlistar­ ligum aficionado sum Fred var óivað meira sannlíkt, at hann fór at seta búgv í einari studioíbúð miðskeiðis í onkrum pulserandi stórbýi. Men Fred sær øðrvísi uppá alt tað. Hann er foreintur við at búgva í Miðvági saman við unnustuni, Gretu Svabo Bech. Tí her er góður friður, og sum heild er serstakt at búgva í Føroy­ um. Veðrið er kanska ikki nakað at skriva heim til Onglands um, men tað er líkamikið, sigur Fred, tí veðrið kann kortini ongantíð lítast á.

Fred er uppvaksin í Suðurong­landi. Bara sjey ára gamal flutti hann heim­ anífrá fyri at ganga í kate­ dralskúla í røttum kostskúlastíli. Hvønn morgun klokkan 7 fór hann upp at venja violin. Klokkan 8 var morgunmatur, og hálvan tíma sein­ ni stóð hann og vandi við kórinum, sum hann var limur í. Og so byrjaði skúlin, sum ringdi út klokkan 16.

HØVUNDUR: HEIDI LINDENSKOV RÓADÓTTIR MYND: TRÓNDUR DALSGARÐ

Men enn var langur dagur eftir: kór­ venjing aftur klokkan 16.30, sálma­ songur klokkan 17, nátturði klokkan 18 og heimaarbeiði klokkan 18.30. Og tástani hevði hann ein tíma fyri seg sjálvan, har hann kundi gera tað, sum hann hevði hug til. “Eg hevði bara frí í tríggjar vikur alt árið, so tónleikur hevur altíð havt sera nógv at siga fyri meg. Frá eg var sjey ára gamal var tað gerandis­ kostur at eta, sova og spæla tónleik. Tónleikurin og eg eru at kalla upp­ vaksnir saman.”

tá ið tú vaknar á morgni, og sum tú eisini hugsar um, beint áðrenn tú sovnar. Og tað, sum eg hugsaði um, helt á at vera tónleikurin.”

Frá virðisbrævamarknaðinum aftur til tónleikin

Umvegurin

Sambært Fred sjálvum var hann sum smádrongur forvitin, hart arbeiðandi og eisini sannførdur. ­ Hann helt aldrin, at hann fór at tak­ ast við annað enn tónleikin. Men so varð ikki. Tí longu sum ungur maður starv­ aðist hann á virðisbrævamarknað­ inum. Og tað náddi hann at gera í heili seks ár, áðrenn hann fann útav, at lívið er meira týdningarmikið enn pengar. “Tað, sum tú heldur eigur at gera við títt lív, er tað, sum tú hugsar um,

Hóast virðisbrævamarknaðurin vísti seg at ikki vera fyri Fred, so góvu tey seks árini honum góðar royndir og henta vitan um fígging, virðisbrøv og pengar. Men eisini, nær tú skalt binda teg til ting, og nær tú skalt lata fara. Tað eru júst hesir lærdóm­ arnir, sum koma honum til góðar í dag í hansara núverandi starvi.

Fred lýsir seg sjálvan sum svangan (ikki eftir mati), ágrýtnan og óbend­ iligan sum tannáringur. Foreldur hansara vóru eisini tónleik­arar, so ætlanin var, at hann skuldi gerast konsertviolinistur. Aftaná at hava sungið, spælt og ­ hoyrt kórsang hvønn dag í nøkur ár í katedralskúlanum, legði hann til merkis, at tónleikurin var nógv meira enn tað, sum foreldrini høvdu ímyndað sær hansara vegna. “Eg minnist einaferð, eg lurtaði eftir einum kassettubandi hjá Michael


10

Jackson. Tað var einaferð seint í 80unum. Hóast katedralskúlin hevði bannað at lurta eftir slíkum, føldi eg, at hetta var ein vegur, eg mátti sleppa. Violinin og kór-tón­ leikurin vóru einfalt ikki nokk fyri meg.” Hvussu ber tað til, at tú gjørdist tónleikabókari hjá G!? “Tá vit komu til Føroya, føldi eg beinavegin, at G! var eitt, sum eg kendi meg aftur í. G! kendist heim­ ligt,” sigur Fred og leggur aftrat, at áðrenn hann flutti til Føroya, brúkti hann 10 ár at framføra og framleiða tónleik. G! festivalurin var tað, sum minti mest um hansara bakland og kendist einfalt rætt fyri hann. Tí G! festivalurin hevði bæði ta sos­ ialu og musikalska síðuna. Andin og tón­ leikurin vóru líkir tí, hann hevði væntað sær av einum festivali ­uttanlands, men við serstøku før­ oysku sjarmuni omaná. “Hetta er júst orsøkin til, at G! ­fest­ivalurin veksur so skjótt. Mið­ larnir uttanlands varnast okkum og s ­ íggja, at tað ber til at hava ein altjóða føroyskan festival. Áðrenn eg kom til Føroya visti eg longu um G! Og tað fyrsta árið, vit vóru í Føroyum, stóð eg fyri ljósi og ljóði í Grundini. Tað endaði eg so við at standa fyri árið eftir eisini, og sum frá leið kom eg í prát við fólkini hjá G! og blandaði meg meir og meir uppí virksemið.”

At sannføra útlendskar tón­ leikarar er ein áhugaverd avbjóðing At hava tónleikabókingina ­ undir hond er eitt fjølbroytt arbeiði. Sambært Fred er eingin arbeiðs­ dagur eins, og tað er ikki krav, at tú møtir upp á einum kontóri. Men arbeiðið verður ikki lættari av tí. Tvørturímóti. Tað, sum serliga kann vera avbjóðandi, er at sannføra


heim­skendu tónleikararnar um, at teir skulu velja at koma til Føroya at spæla. Tað kann jú taka fleiri dagar at ferðast hendan vegin. Men tað er ein avbjóðing, sum er áhugaverd, heldur Fred. “Eg fór upp í part, tí tað var av­ bjóðandi. Eg helt, eg kundi krydda G! við mínum áhuga og gera tingini øðrvísi. Til dømis fáa fleiri smærri, skandinaviskar tónleikarar til Før­ oya. Eg helt tað vera ein góður og serstakur tanki, at fólk úr Føroy­ um kundu fáa eitt serligt tilknýti til ein bólk úr eitt nú Timbuktu í Mali. Akkurát hetta helt eg vera fan­ tastiskt.” Tað er torført at fáa eitt serligt sam­ band við tónleik í dag, tí í dag er tón­ leikur so nógv. Á Youtube og Spotify finnast gamaní nógvir ymisk­ir listar við tónleiki. Og teir listarnir skulu ­eitast at vísa okkum, hvat fólk runt í verðini lurta eftir, og hvør tónleikur er til. Í roynd og veru er tað tó so­ leðis, at hesar tænastur avspegla bara tann tónleikin og teir tón­leik­ arar, ið hava størstu fíggjarorkuna at lýsa fyri. Um tí hinvegin ætlar tær at finna fram til tann serstaka tónleikin, sum G! ofta bjóðar sínum gestum, so noyðist tú at leita nógv, djúpt og ofta eisini leingi. Hetta hava vanlig fólk annaðhvørt ikki tíð til, ella vita tey einfalt ikki, hvar er best at leita, sigur Fred.

Hungranin eftir feskum tónleiki “Finni eg ikki nýggjan tónleik ella nýggj løg hvønn mánað, so verði eg í ringum lag. Feskur tónleikur er mítt rúsevni. G! festivalurin er ein gylt­ur møguleiki at taka øðrví­ si tónleika­sjangrur og smekka tær saman til eitt line-up, sum eingin væntar. Tað er fantastiskt at síg­ gja reaktión­irnar og í heila tikið at síggja fólk uppliva nakað serstakt. Men líka so stuttligt er tað at síg­

gja útlendsku tónleikararnar upp­ liva Føroyar. Sum ofta frysta tey eitt sindur, tá tey koma higar. Eg haldi, at mentan­ir læra nógv av at hittast á hendan hátt. Tú hugsar kanska ikki um tað, men tú broytist eitt, sindur hvørja ferð tú møtir ein­ ari aðrari mentan. Føroyar eru í so máta ein lítil av­skorin bløðra – vit verða ikki ávirka­ði av umheiminum í serliga stóran mun,” sigur Fred og sipar til mentan­arliga fjølbroytnið í Onglandi. “Tað haldi eg vera eitt fantastiskt fyrbrigdi í Onglandi. At tað riggar so væl at savna ymsar mentanir. Hvør dagur er tó ikki akkurát soleiðis í Føroyum. Tað er bara, tá ið G! festiv­ alurin fer í gongd, at hetta hendir. Tá gestirnir síggja ársins line-up hugsa tey ‘á feitt, Rag’n’Bone Man kemur á G! í summar.’ Og tað kann sjálvandi tykjast einfalt, at Rag’n’ Bone Man kemur at spæla á G!, men aftan­f yri tí liggur eitt stórt samskiftis­arbeiði. Alt handlar um timing, og tað er ikki altíð, tað ber so væl til at fáa tann tónleikaran, sum vit ynskja. Tí allir endarnir skulu passa saman – tað skal jú eisini passa inn í teirra ka­ lendarar. Og tað ger tað bara ikki altíð,” greiðir Fred frá og vísir til longu tilgongdina at fáa fatur á høvuðsnavninum í ár: “Vit hava samskift við hann í næs­ tan 18 mánaðir. Ætlanin var, at hann skuldi koma á G! í 2017. Fyrsti telduposturin varð sendur í okto­ bur 2016, men tríggjar vikur seinni streyk lagið “Human” hjá honum knappliga heilt til toppin í 20 lond­ um. So ja, tað bleiv for trupult akkurát tá at koma á G! Men vit viðlíkahildu sambandið, og í okto­ bur 2017 varð váttað, at hann fór at koma á G! í 2018. Tað er nógv arbeiði fyri bara eina framførslu, men so­ leiðis er tað bara,” sigur Fred. Áðrenn nakað navn verður valt,


12

Fongur at fáa stórt og feskt navn sum Rag’n’Bone Man At velja høvuðsnavnið er stør­ sta arbeiðið. Har eru nógv nøvn, ið høvdu riggað, heldur Fred, men tað gerst alsamt torførari at velja høvuðs­navnið til G! At Rag’n’Bone Man kemur til Føroya í ár er eftir hansara tykki eitt lítið undurverk. Tí tað er óvanligt at fáa eitt navn higar, meðan tey eru á toppinum,” sigur Fred og vísir á, at Rag’n’Bone Man vann heiðurslønina fyri besta staklagið á Brit Awards fyrr í ár.

tos­ar Fred við sítt toymi um, hvørji nøvn høvdu verið spennandi. Hann heldur tað vera sera áhugavert at síggja reaktiónina hjá fólki, tá hann nevnir ein tónleikara og sigur seg umhugsa at fáa júst tann tónleik­ aran við á G! “Eg brúki summi fólk sum sound-­ boards. Tað vil siga, eg sigi teimum eitt navn, og so fái eg eina reaktión og taki hana til mín. Síðani sigi eg eitt heilt øðrvísi navn, og tá er ­teirra reaktión ein heilt onnur. Tær re­ aktiónirnar, sum eg slett ikki vænti at fáa, føra ofta til, at eg velji júst tann bólkin framum aðrar. Síðsta ár høvdu vit Suspekt, men áðrenn eg valdi teir, spurdi eg nøkur fólk, ið lurta mest eftir metal-rokki, og tey vóru ordiliga við uppá, at Suspekt skuldi koma. Tað var slett ikki tað, eg hevði væntað,” sigur Fred. “Eg skilji G! betur og betur fyri hvørt ár. Eisini føroysku menta­ nina skilji eg betur fyri hvørt ár, ið gongur. Men eg havi sera nógv eftir at læra, tí eg eri jú ikki uppvaksin í hes­ari mentanini. Av tí sama hevur tað nógv at siga fyri meg, at eg fái aftur­meldingar frá føroyingum.”

“Nógvir sangarar eiga bara ein sang, ið er fangandi. Rag’n’Bone Man er hinvegin ein ektaður lista­ maður, sum hevur gjørt fleiri góð løg. Og akkurát tað sampakkar væl við G! festivalin, tí G! snýr seg rætt og slætt um tónleikin, um listina og um mentanina. Rag’n’Bone Man er meira enn ein vøkur genta við ­vakrari rødd. Ikki tí, hann er eisini ein ógvuliga vøkur genta, við ógvu­ liga vakrari rødd, men har býr ein listamaður í honum, sum ikki er at finna í øllum tónleikarum.” Tá G! endar í ár, hevur Fred einar tveir dagar frí, har hann kann taka sær av løttum og gera tað, hann hevur hug til. Men G!, tónleikur og mentan, tað er jú nettupp tað hann hugsar um bæði á morgni og á kvøldi. Og tí ganga bert fáir dagar, áðrenn hann við góðum treysti er farin í gongd við at bóka bólkar til G! 2019. “Eg havi nøkur hugskot til, hvørji nøvn skulu koma á G! í 2019. Eg havi havt samband við ein bólk síðan í fjør og fari at skriva til bólkin aftur síðst í juli mánað. Í august mánað skulu Greta og eg tó út at ferðast.

Vit fara uttanlands í tvær vikur, og tað er fyrstu ferð í fleiri ár. Tó fari eg nokk at lúra inn á teldupostin hjá mær og svara teimum aftur, ið hava spurningar um G!” Um seks dagar byrjar festivalurin. Og tá er Fred framvegis til arbeiðis. Men leygardagin er ­sloppið. Tá eru seinastu tónleikararnir komnir til Føroya, og tá er eingin, ið skal skunda sær avstað aftur sama ­ ­k vøld. “Leygarnátt klokkan trý plagi eg at ganga yvir til Grundina og lurta, heilsa uppá fólk og fáa mær eina beiskliga-søta festivaløl. Tað er altíð ein fantastisk kensla, handan eina festivalølin.”


sjóbusiness h 11e 1 tað, at reka v innu á sjónum. 2 sjóbusiness er ein háttur at rí ka málið og gera tað liðiligt. Hóast orðið sjóbusiness er tvætlorð, er tað próg v um, at føroyskt hvørki er stir v ið ella f ý rakantað. DØMI: Tað er gott sjóbusiness, tá ið Faroe Ship kunnar um sítt virksemi á sjónum á ein undirhaldandi hátt.

Sjóvinna á føroyskum síðani 1919


2002—2018 Millum útlendsku bólkarnar teljast: Adjagas (NO) * Afenginn (DK-FIN) * Agent Fresco (IS) * DJ Alimo (FIN) * Alpha Steppa (UK) * Alphaville (DE) * Amsterdam Klezmer Band (NL) * Animal Alpha (NO) * Arch Enemy (SE) * As In Rebekka Maria (DK) * Ba Cissoko (GN) * Baskery (SE) * Beats and Styles (FIN) * Natasha Bedingfield (UK) * Ben Gibbard (Death Cab for Cutie) (US) * Mr. Blackbeard (PT)* Blind Boys of Alabama (US) * Petur Ben (IS) * Bilderbuch(DE) * Bill Bourne (CAN) * Bloodgroup (IS) * Blue Foundation (DK) * Bombino (NE) * Bomfunk MC´s (FIN) * Brothers Moving (DK) * Marie Breatnach (IE) * Dallas Superstars (FIN) * Darude (FIN) * Desert Mountain Tribe (UK) * Valeri Dimchevi (BUL) * The Dixie Hummingbirds (US) * DJ Buda (DK) * Dr. Spock (IS) * Dub Phizix & Strategy (UK) * Lisa Ekdahl (SE) * Elektrosatan (DK) * Faithless (UK) * Federspiel (AU) * Frederik Elsner (GL) * Ensimi (IS) * Europe (SE) * Fallulah (DK) * Familjen (SE) Fantastic mr. Fox (DE) * FIL BO RIVA (IT) * The Fjords (NO) * Mr. Flash (FR) * Fredo (UK) * Fujiyama Mama (DK) * Færd (DK-SE) * Gåte (NO) * Glorybox (DK/US/FO) * Goodiepal (DK) * Guillemots (UK) * Hafdís (IS) * Beth Hart (USA) * Hat & Briller (DK) * Hatcham Social (UK) * Hatesphere (DK) * Harlem Gospel Choir (US) * The Haunted (SE) * Hellzapoppin (US) * Lucy Hill (UK) * Lucy Rose (UK) * Hjálmar (IS) * Hoffmann (IS) * Holmes Brothers (USA) * Hot 8 Brass Band (US) * Hudson Taylor (IE) * DJ Hyper (UK) * Infernal (DK) * Iris Gold (DK) * Jackman (NO) * Jacob Bellens (DK) * Nathan James (USA) * K-System (FIN) * Kaizers Orchestra (NO) *  Kaleo (IS) * Kapten Röd (SE) * Kashmir (DK) * Katzenjammer (NO) * Kris Kristofferson (US) * Glenn Kaiser Band (USA) * Maggi Lego (IS) * Malk de Koijn (DK) * MØ(DK) * Movits (SE) *Locust Assembling Kit (DK) * Loney Dear (SE) * Lydmor (DK) * Thomas Loefke (DE) * Mendoza (DK) * Meshuggah (SE) * Metronomy (UK) * Moddi (NO) * Monophonics (US) * Mugison

(IS) * Nabiha (DK) * Nadin (IRQSE) * Nelson Can (DK) * Nettie (UK) * Nephew (DK) * Neuph! (DK) Northern Girls (DK) * Outlandish (DK) * Palov (GRE) * Phlake (DK) * Polka Björn & Kleine Heine (NO) * Pravda (FR) * Polkaholix (DE) * Racetrack Babies (DK) * Rag’n’Bone Man (UK) * Reel De Québeck (DKUK) * Johnny Reimar & His Party Band (DK) * Reykjavikurdætur (IS) * Amanda Rheaume (CAN) *

Rúnar (IS) * Ræfven (SE) * SBCR The Bloody Beetroots (IT) * Scarlet Pleasure (DK) * Serena Maneesh (NO) * Sister Sledge (US) * Sign (IS) * DJ Slow (FIN) * Songhoy Blues (ML) * Skrå (ÅL) Snowgoons (DE/DK) * Spleen United (DK) * Suspekt (DK) * Pär Sörman (SE) * Steve’n’Seagulls (FI) * Stillbirth (IS) * Russ Taff (USA) * The Tennessee Mafia Jug Band (US) * Temple of Sound (UK) * Travis (UK) * Úlpa (IS) * Úlfur Úlfur (IS) * Ultra Mega Technobandið

Stefan (IS) * Young Dubliners (US) * Valravn (FO/DK) * Valseværket (DK) * Veto (DK) * Xploding PlastiX (NO) * Zion Train (UK) * Millum føroysku bólkarnar teljast: 200 * The Absent Silver King * Anytime v/Brandi Enni * Lena Andersen * AVE * Greta Svabo Bech * Black Sheep * Boys In A Band * Kristian Blak * Braquet * Brosep Stalin *Brynjolfur * Budam * Byrta * Alex Bærendsen * Clickhaze * Dánjal * Uni Debes * Deja Vu * Direct Level * The Dreams * Enekk * Knút Háberg Eysturstein * Fnubri Tarzan * Elinborg * Fróði Bjarnason * Frum * Gestir * The Ghost * Gissur & Sonne* GoGo Blues * Herr Gott  *  Guðrun & Bartal * Gunnar Guttessen * Grassy Ass * Hamferð * Hamradun * Hans Andrias * Guðrið Hansdóttir * Harmonikuvinir * Headache Blues Treo * Hjördis og Genturnar * Holgar og Villmenn * Annika Hoydal * Hús * I AM * JamesJames * Jákup Eli Joensen * Jasmin * Jógvan * Mark the Messenger * Martin Joensen * Hanus G. Johansen * Jollyklub *  Hilmar & Conny Kass * KannSka * Knýtil * Finnur Koba * Konfekt * Símun Konoy og Gras * Konni Kass * Kaj Klein * Lama Sea * Högni Lisberg * Lyon * Lea Kampmann * LoverLover * Makrel * Marius * Marius Ziska * MC Hár * Helgi Midjord * Niels Midjord * Niels Midjord og Ólavur Højgaard * Niclas Heri & Shaky * Døgg Nóngjógv  *Orka * Páll Finnur Páll * Eivör Pálsdóttir * Flemming Petersen * Playmo * Poppkorn * Petur Pólson * Benjamin Rajani * Ranchus * Högni Reistrup * Petur Roach * Róp * Sakaris * Stanley Samuelsen * SALT * Sic * Silvurdrongur * Side Effect *  Spælimenninir * Sugardaddy & Honeypie * The Story Ends * Kári Sverrisson * Kári Sverrisson & Hans Jacob Kollslíð * Son of Fortune * Swangah * Allan Tausen * Teitur * Tey av Kamarinum * Tuxedo Rebels * Tónabond yvir hav * Týr * übernörd * Vágaverk * Xperiment * Ævintýraferðin * Kristleif Zachariassen o.o.


KEYPIR TÚ RÚSDREKKA

FYRI TÍNI BØRN,

HÓAST TEY ERU UNDIR 18 ÁR?

Eru tit svong? eta.fo

Steðga rúsdrekkakoyring pitsur SUSHI vistveiting

& gávukort eta.fo


HJÁLPIR RÚSURIN? Nógv ung rúsa seg, tí tað lættir um einsemi, ótta, sorg, frustratión, stúran ella annað... í eina løtu.

Lær at takla lívið uttan rúsin.

Les meira á DATung.fo

#RÚSFRÍTTSUMMAR

Liv Lívið á G! Torir tú at siga ja? 100% til staðar? Beint her. Beint nú. Uttan rús. Liv Lívið! Kom og vitja okkum í Liv Lívið bingjuni við tjaldingarøkið á G! Vit síggjast á G!

www.livlivid.fo


FAITHLESS DJ SET [UK] SANDURIN · LEYGARDAGUR · KL. 00.30

Síðan 90ini hava Faithless megnað at fáa kók í festivalfjøldir kring heimin, og ein av teirra framførslum á enska Glastonbury festivalinum er nevnd sum millum 50 tær bestu nakrantíð. Tí er tað ein stórur heiður hjá okkum at bjóða Faithless vælkomin til sandin í Syðrugötu. Faithless er ein av best umtóktu elektrónisku bólkunum nakrantíð og hava selt 15 milliónir eintøk, harav seks stakløg og tríggjar fløgur hava nátt fyrsta plássi. Millum kendastu framleiðslurnar hjá Faithless eru løgini “Insomnia”, “Salva Mea”, “We Come 1” og “God is a DJ”. Faithless er stjórnað av heimskenda plátuvendaranum og tónleikaframleiðaranum Sister Bliss, sangaranum Maxi Jazz og tónleikaranum Rollo Armstrong. Saman hava tey viðlíkahildið og ment elektróniska tónleikapallin seinastu 20 árini. Í ár endar Sandurin við einum elektróniskum braki, tá Faithless sum seinasti bólkur fer á pallin eftir midnátt leygardagin.


20

P

AMATØROYAR: Á heysti í fjør fingu tveir sjálvútnevndir fermenteraðir samfelagskritikkarar hugskotið at banda sínar persónligu samrøður og leggja tær út á alnótina. Úrslitið var Amatøroyar; eitt ófiltrerað podcast av tveimum amatørum, sum ikki faktatjekka sínar útsagnir, men sum eru hálvgum tilvitaðir um, hvussu ironiskt tað er, at tveir útisetar sita á Oyrasundi og flenna eftir føroyskum stereotýpum. Leygardagin kanst tú uppliva podcastið live í Syðrugøtu. HØVUNDUR: SANNA NOLSØE DJURHUUS

odcastvertirnir Bjarni Arge og Jóan Pauli Dahl Jacobsen byrjaðu at taka upp inni á vesinum á Oyrasundsíbúðini hjá tí eina vertinum, sum hann eftir føroyskari siðvenju fram­ leigaði ólógliga frá hinum vertinum.

Totalt anti-puritiskur málburður

“Vit eru tveir vinmenn, sum halda tað vera ov lítið av ófiltreraðum, ærligum og øðrvísi tankum í al­ menna rúminum í Føroyum,” sigur Bjarni Arge. “Tí royndu vit at seta tvær mikrofonir framman fyri okkum, tá vit práta saman fyri at vita, hvussu tað riggaði. Um fólk tíma at lurta eftir tí er fullstendiga upp til tey sjálvi. Vit gera tað av egnum fríum vilja, tí vit halda tað vera stuttligt.”

“Vit tosa faktiskt soleiðis í okkara dagliga lívi. Ting eru ’kempi problem’ og vit eru ’við uppá’ persónar sum Kaj Leo og Henrik Old. At vit tosa soleiðis er so eitt kempi problem fyri summar analar mál­ frøðingar, men tað er nakað heilt annað,” siga teir báðir.

Og fólk tíma faktiskt at lurta eftir teimum. Higartil hava sendingarnar yvir 60 túsund avspælingar, og minst trýtúsund fólk lurta eftir hvørjari sending. Jensina Olsen lurtar, meðan hon støvsýgur, og on­ kur svaraði á Instagram, at tey lurta, meðan tey keypa inn. Ein mamma skrivaði á Facebook, at hálvvaksna dóttirin nú var byrjað at lesa føroysk tíðindi, so hon kundi fylgja betur við í innihaldinum hjá Amatøroyum. “Vit halda tað vera eitt kempi herðaklapp, um bara nøkur fá fólk byrja at fylgja betur við í samfelags­ viðurskiftum, tí tey lurta eftir Amatøroyum. Men høvuðsendamálið er ikki at koppa stjórnini ella standa eftir sum ein mentanarligur varði. Vit vil­ ja faktiskt bara vera tað, sum fólk seta frá, tá tey gera húsligt arbeiði ella annað trivielt virksemi.” Bjarni Arge, sum eisini er kendur sum stovnari av satirusíðuni Føroyaportal, sigur, at størsti lurta­ raskarin hjá teimum eru ung, pluss Niels Uni Dam, sum sikkurt hate-lurtar eftir Amatøroyum, hóast hann alment hevur borið fram, at hann heldur Amatøroyar vera vánaligt. Og ung eru kanska eisini perfektir lurtarar. Tey eru relativt fordómsleys og eru enn ikki farin at taka kritiska støðu til alt. Jú eldri, vit gerast, jú djypri tykjast fordómarnir sementeraðir í okkum. Vit ge­ rast meira samfelagskritisk og kunnu ikki binda okkum treytaleyst til nakað nýtt og øðrvísi.

Ungdómurin hevur eisini fangað eyðkenda mál­ burðin hjá teimum báðum vertunum og er byrjaður at endurtaka summar av teirra sermerktu útsag­ num.

Tá tað kemur til málburð, eru Jóan Pauli Dahl Ja­ kobsen og Bjarni Arge totalt anti-puristar. Teir taka undir við Suna Merkistein, sum í sambandi við móðurmálsvirðislønina í 2017 segði, at málið skal vera musikalskt, ikki matematiskt. Málið skal vera ein livandi organisma, sum skapar og kann ska­ past, og mest umráðandi er, at tað ber fram eina meining. Teir leggja so aftrat, at í teirra føri er mu­ sikkurin í málinum ofta óstemmaður. “Men tað var gittarin hjá Kurt Cobain eisini.”

Sjálvironi og amatørisma Navnið Amatøroyar er tvítýðugt. Tað sipar til, at teir báðir eru amatørar í tilgongdini at gera útvarp. Teir billa sær ikki inn, at teir gera eitt professionelt arbeiði. Samstundis er tað eisini eitt prik til Føro­ yar, sum á mangan hátt heldur seg vera professio­ nelt, hóast tað er ivasamt, hvat landið hevur givið heiminum frá einum altjóða sjónarmiði. Teir báðir seta spurnartekin við, hvørt Føroyar yvirhøvur eru eitt land. “Men vit koma hóast alt úr Føroyum, sum kanska og kanska ikki er eitt land, og vit viðgera tað við kærleika og hatri. Vit umboða tvístøðuna í at vera føroyingur, og hvat Føroyar eru. Vit eru báðir tve­ ir definisjónin av fermenteraðum amatørum, sum koma úr einum landi, sum vit elska og hata.” Jóan Pauli og Bjarni eru tó samdir í, at amatøris­ ma er ein fortreyt fyri, at nakað hendir í Føroyum. Um mann skal gera okkurt í Føroyum, so má mann bara leypa út í tað, tí jú longri, mann bíðar, jú fleiri fólk byrja at grenja um jantilógina og jarma um, at


ÓFILTRERAÐAR IDOLISERANDI ANDSAGNIR OG liva í Føroyum, so velur mann eisini at góðtaka eina góða nøgd av ‘soleiðis má tað bara vera her’. Men vit kunnu enn flenna eftir tí. Og tað gera føroyingar tíbetur eisini sjálvir.

“Hvørja ferð, vit í Føroyum finna upp á okkurt nýtt, so eru vit absolutt tey fyrstu, sum hava uppfunnið tað. Vit hava uppfunnið blíðskapin, vit hava upp­ funnið tað ræsta. Nei. Føroyar eru á jørðini, Føro­ yar eru ikki jørðin. Tey fyrstu, sum komu til Føroya, vóru komin í helvt á teirra ferð, og tað hevur verið okkara kennitekin líka síðani. Hygg bara eftir Gla­ sum. Tað kemur bara í helvt. Tað verður ongantíð liðugt.”

Summi fólk velja at traðka fram og verða tí idolise­ rað, og vit hava brúk fyri teimum í okkara samfela­ gi, so vit sjálvi kunnu sleppa at liva í bakgrundini og sneyta í frið. Mann skal ikki lata vera við at stilla seg fram, men mann skal tola mótspæl – bæði al­ vorligt mótspæl, men eisini skemt.

Men aftur til amatørismu, so noyðist mann on­ kursvegna at hevja seg sjálvan upp, um mann skal klára seg í Føroyum. Mann noyðist at vera optimi­ stiska ignorantur og reklamera við sínum produkti sum verandi betri enn øll onnur produkt úti í hei­ mi, tí annars verður eingin føroysk framleiðsla, og samfelagið heldur bara á at mala í ring heldur enn at skapa nýtt. Men føroysk nýskapan riggar bara ikki altíð saman við altjóða trendum. Tá onkur hop­ par á eina útlendska bylgju frá sosialum miðlum og roynir at implementera hana í Føroyum, so eru aðrir føroyingar ofta skjótir við sunnari skeptisis­ mu. “Tað er ótrúliga populert at vera ein underdog í Føroyum. Um okkara sending var partur av Kring­ varpi Føroya, so høvdu fólk viljað lukkað lortið, tí vit vóru í hóslag við einum mastodonti. Men vit gera tað ókeypis, av áhuga, fáa ongar pengar, hava on­ gan sponsor og eru fullkomiliga sjálvstýrandi. Vit flúgva so høgt, sum vit hava hug til, og vit grava ok­ kara egnu grøv so djúpa, sum vit vilja.”

Keypmannahavnarvarp Er tað so í lagi, at tveir útisetar sita á Oyrasundi og flenna eftir føroyskum viðurskiftum? Ja, halda teir og leggja afturat, at teir ganga longu út frá, at fólk uppfata teirra sending sum Havnarvarp. Kanska enntá sum Keypmannahavnarvarp. Men at velja at liva í Føroyum er at taka eitt kom­ promis. Mann velur tryggleikan til, men velur eisini nokk so nógvar møguleikar frá. Og tá mann velur at

“Tað mesta av okkara sendingum verður av røttum uppfatað sum skemt, men vit vilja eisini geva al­ vorligt mótspæl til tann hvíta føroyska mannin. Vit vilja umboða nýggja ættarliðið, har tað ikki er stut­ tligt at gera gjøldur við rasu ella kynsrollum. Tað eru alt ov nógv, ið hava ein fornaldarligan hugburð um, at menn eru menn, og kvinnur ikki eru kvinnur enn.”

Hava also ongan sponsor. Enn. Eins og í sjálvum podcastinum endar Jóan Pau­ li Dahl Jakobsen við at halda á at trýsta at fáa kunningina út um, at sendingin hevur also ongan sponsor. - “Men um tit fáa ein sponsor, verða tit so ikki óge­ gnigir sum kritikkarar?” - “Nei nei, sponsorurin skal eisini kritiserast.” - “Er tað kanska orsøkin til, at eingin vil sponsorera tykkum?” - “Eh... Ja... Kanska tað.” Amatøroyar framføra í fjósinum leygardagin 14. juli. Fyrstu 100 áhoyrararnir fáa eina Amatøroyar bingoplátu at spæla undir framførsluni. Nógvir góðir sponsoreraðir vinningar. Lurtið eftir teirra sendingum á iTunes ella soundc­ loud.com/amatoroyar

SJÁLVIRONISK AMATØRISMA

tað fer ikki at eydnast. Men munur er á amatøris­ mu og so at halda seg vera heimsins nalvi. Sum er ein onnur samfelagslig stereotýpa, vertirnir flenna eftir.


22

OG FLEIRI LØG AV ULL

ÍSLENDSKUR MÓTI: Um tað er sól, sirm ella samregn, so eru festivalar staðið at royna mótamørkini av. Tekur tú gomlu floyalsskjúrtuna hjá pápa tínum fram ella verður tað eitt venjingarplagg? Kanska tú burdi fingið tær íblástur úr grannalandi okkara, áðrenn tú pakkar taskuna. HØVUNDUR: INGERÐ TÓRMÓÐSDÓTTIR JØNSSON

Eitt stað millum Evropa og USA finnur tú eitt lítið land, sum heldur fast við, at eingin skal ráða yvir teimum – eiheldur tá tað kemur til, hvat tey lata seg í. Hvussu skal mann skilja íslendskan móta, og hvussu finnur mann íblástur frá okkara norður­ lendsku frændum? Tað hava vit spurt Ingerð Tórmóðs­ dóttir Jønsson. Hon býr í Reykjavík, lesur fashion de­ sign á Listaháskúla Íslands og hevur arbeitt sum stylis­ tur fyri millum annað FRUM, Byrtu, Konni Kass og Eivør.


Íslendingar hava leingi verið kendir fyri at skilja seg bur­ turúr millum evropeisku lon­ dini, tá tað kemur til klæd­ nastíl. At eingin jantilóg finst í Íslandi sæst týðiligt aftur í íslendska mótaheiminum. Skandinaviska minimalis­ man er eitt ókent fyribrigdi í Reykjavík, har tað eru litir og prent, sum dominera gøtu­ myndina. Í Íslandi ræðist mann ikki at skilja seg bur­ turúr og vísa humor.

Eins og aðrir heimsborgarar eru reykjavíkingar tó samdir um at hoppa á hálvfemsa­ ra bylgjuna. Eitt eyðkenni er sjálvironiska og humoristi­ ska normcore trendin, har tað snýr seg um at lata seg í tey mest kiksaðu pløggini frá 90’unum og 00’unum. Pløggi­ ni verða ofta funnin fram úr skápunum hjá foreldrum og í endurnýtsluhandlum.

Altjóða tíðarandin speglast aftur í væl umtókta ameri­ kanska streetwear-stílinum og ítrottaklæðunum. Tað sæst týðiliga, at Ísland í nógv størri mun hevur sjóneyku­ na venda móti USA heldur enn Evropa, tá tað kemur til klædnastíl.

Íslendingum dámar væl at blanda ymisk mynstur og prent, ið hóskar væl til teirra bohemiska lívsáskoðan. Tey laga seg eftir veðurlagnum við at lata seg í fleiri løg av buksum, toppum og ullintum troyggjum, heldur enn í regnog kavaklæðir. Tó eiga flestu íslendingar í minsta lagi eitt plagg frá íslendska uttandu­ ramerkinum 66Norður, ið he­ vur fingið ein ávísan kultsta­

tus – soleiðis er altíð lætt at skilja íslendingar frá teimum annars mongu ferðafólku­ num á gøtunum í Reykjavík.


(UK)

(US)

(IS)

(US)

(DK)

(DK)

(DK)

(DK)

Grundin - SAKARIS (DJ SET) · ESTHER URIOSTE(DK) · ANTONY CHARLES DAN HELGI · MARIUMESSA Á VÁRI Fólkatónleikarastevnan - KATA · SPÆLIMENNINIR

(GN)

(UK)

RAG’N’BONE MAN · FAITHLESS DJ SET BENJAMIN GIBBARD (DEATH CAB FOR CUTIE) HARLEM GOSPEL CHOIR · SCARLET PLEASURE BA CISSOKO · EIVÖR · TEITUR · MARIUS ZISKA HAMFERÐ · BROTHERS MOVING · IRIS GOLD ÚLFUR ÚLFUR · NELSON CAN · HOGNI SILVURDRONGUR · SON OF FORTUNE SWANGAH · LYON · LEA KAMPMANN · FRUM ELINBORG · JASMIN · FRÓÐI BJARNASSON KANNSKA · SANGLÖTA · GRASSY ASS MARK THE MESSENGER

11-14 JULI 2018


og tara. Upplestur, fyrilestur, framsýning og Diskosúpan. Sól, summar, sjógang, sápublöðrur og trillubörur. Föroyar - fríir fnis, skellilátur og gummibátur. Vit bjóða tær vælkomnum til pottar ogfuglar, sauna,friðsæla, sand ímillum tærnar, troyggjur, tálg Growl, grulv, gandur, galdur og gjögnumtrekkur. KlovinSól, klettur og klemm. og tara. Upplestur, fyrilestur, framsýning og Diskosúpan. summar, sjógang, ört og ófört – TÚfriðsæla, MÁST FARA! sápublöðrur og trillubörur. Púra Föroyar - fríir fuglar, fnis, skellilátur og gummibátur. Growl, grulv, gandur, galdur og gjögnumtrekkur. Klovin klettur og klemm. Púra ört og ófört – TÚ MÁST FARA!

Grundin - SAKARIS (DJ SET) · ESTHER URIOSTE · ANTONY CHARLES CROWBERRY BAND · KÁRI SVERRISSON & HANS JACOB KOLLSLÍÐ VIÐ BÓLKI DAN HELGI · MARIUMESSA Á VÁRI Fólkatónleikarastevnan - KATA · SPÆLIMENNINIR FÓLKATÓNAR Fjósið - KONNI KASS · HILDALAND · #MEETOO · THE REVERENDS CROWBERRY BAND · KÁRI SVERRISSON & HANS JACOB KOLLSLÍÐ VIÐ BÓLKI SHISA BRAND · MEEJAH · SILVURPLÁTA · PERFORMANCE ART · KICKSTARTER FÓLKATÓNAR Fjósið - KONNI KASS · HILDALAND · #MEETOO · THE REVERENDS HETTARHER · OCEAN RAINFOREST, RINGRÁS · DAMUDOMI · ILLUMINATI SHISA BRAND · MEEJAH · SILVURPLÁTA · PERFORMANCE ART · KICKSTARTER KATRIN OTTARSDÓTTIR · 50ARADISKO · YRKINGAUPPLESTUR · AMATÖROYAR HETTARHER · OCEAN RAINFOREST, RINGRÁS · DAMUDOMI · ILLUMINATI INSOMNIA - THE SMALLEST HELL · FJÖLDIN Í TÓNLEIKINUM · LÆR AT SKRIVA KATRIN OTTARSDÓTTIR · 50ARADISKO · YRKINGAUPPLESTUR · AMATÖROYAR G! Kirkja - GUÐSTÆNASTA UMBORÐ Á NORÐLÝSINUM Barnatiltak - BUBU INSOMNIA - THE SMALLEST HELL · FJÖLDIN Í TÓNLEIKINUM · LÆR AT SKRIVA ANGELA & HANNIBAL · BARNASANGLÖTA VIÐ JENSINU · LÖKIN BAND G! Kirkja - GUÐSTÆNASTA UMBORÐ Á NORÐLÝSINUM Barnatiltak - BUBU ANDLITSMÁLING · SANDKAPPING · SÁPUBLÖÐRUR ANGELA & HANNIBAL · BARNASANGLÖTA VIÐ JENSINU · LÖKIN BAND THE KII OG VINFÓLK FRAMFÖRA ÚR RAPUNCEL ANDLITSMÁLING · SANDKAPPING · SÁPUBLÖÐRUR THE KII OG VINFÓLK ÚR RAPUNCEL Vit bjóða tær vælkomnum til pottar ogFRAMFÖRA sauna, sand ímillum tærnar, troyggjur, tálg


HEVUR TÚ HUGSAÐ UM, AT TÚ KANST STYRKJA SÁLARLIGU HEILSUNA HJÁ TÆR OG ØÐRUM, TÁ IÐ TÚ TEKUR LUT Á FESTIVALUM? Tá tú tekur lut í stórum átøkum sum festivalum, ert tú virkin bæði kropsliga, sosialt og andaliga, tú ert partur av felagsskapinum á festivalinum, og tú ert hugbundin í tónleikinum og ymiska virkseminum á staðnum. Festivalar eru eisini eitt gott høvi at gera okkurt stuttligt saman við tínum vinum og læra nýggj fólk at kenna. Tú kanst fordjúpa teg í tónleikinum, dansa fyri lívinum, njóta føroysku náttúruna og um høvi býðst, kanst tú leypa á sjógv og fáa hitan aftur í pottinum saman við øðrum. Alt hetta kann geva tær góð minni fyri lívið. Tá nógv fólk eru savnað á festivali, kann skjótt blíva tørvur á, at tú veitir eina hjálpandi hond. Hetta kann hava jaliga ávirkan á umhvørvið og geva tær eina góða kenslu, tí tú gert mun í felagsskapinum. Tá tú ert virkin á ymiskar mátar, ger eitthvørt saman við øðrum, ið gevur meining fyri teg, er alt hetta við til at betra um sálarligu heilsuna hjá tær. So ver virkin, ver saman og ver hugbundin á føroysku festivalunum – tað er ABC fyri sálarliga heilsu. Góðan G-festival! Fólkaheilsuráðið


FYRI SÁLARLIGA HEILSU

HVAT ER ABC FYRI SÁLARLIGA HEILSU?

Fólkaheilsuráðið arbeiðir við verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu, ið hevur trý boð, sum kunnu styrkja tína sálarligu heilsu, um tú roynir at fylgja teimum. Sálarlig heilsa snýr seg um trivnað og at virka væl í gerandisdegnum, um tað, ið gevur lívinum innihald, gleði og virði, og ikki minst ger lívið vert at liva. Sálarlig heilsa hevur eins stóran týdning sum tín likamliga heilsa. Tí er umráðandi at røkta og fremja sálarligu heilsuna. Ver virkin, ver saman og ver hugbundin – við ABC fyri sálarliga heilsu. Lat okkum í felag taka stig til at fremja okkara sálarligu heilsu, tí sálarliga heilsu skapa vit í felag! A) VER VIRKIN

B) VER SAMAN

C) VER HUGBUNDIN

Fólk, ið eru virkin likamliga, sosialt, sálarliga og andaliga, hava betri sálarliga heilsu enn tey, ið ikki eru virkin á hesum økjum. Tá vit eru virkin, føla vit størri gleði og klára betur at handfara vanligar avbjóðingar í gerandisdegnum. Tú kanst vera virkin á sera ymiskan hátt og á ymiskum støði. Tú kanst ganga ein túr, sparka fótbólt, fara upp á gólv, práta við grannan, syngja í kóri, vera í bindiklubbi, lesa eina bók, telva, ella fara til gudstænastu.

Tað hevur stóran týdning fyri okkara sálarligu heilsu, at vit hava góð sosial sambond við familju, vinir og onnur, tí tað gevur okkum eina kenslu av at vera partur av einum felagsskapi. Okkara samleiki og sjálvskensla verður stimbrað, tá vit eru partur av ymiskum felagsskapi, ið kann vera stórir ella smáir bólkar. Tú kanst vera saman, tá tú ert partur av ella byrjar ein matklubba, bókklubba, tónleikabólk, ella gongur til leir við øðrum.

At vera hugbundin sipar til at vera uppií onkrum og vera sera hugtikin av onkrum, ið gevur eina kenslu av meining og endamáli við lívinum. Tú kanst arbeiða sum sjálvboðin, megna eina avbjóðing (ið ber til at náa), ella at hjálpa øðrum við onkrum. Tá tú gert eitthvørt, tú ert errin av, styrkir tú títt sjálvsálit og sjálvsvirði. Tú kanst baka eina góða kaku, umvæla eina leiku, hjálpa grannanum, ella klára teg væl í tínum starvi.

www.folkaheilsa.fo


I

ENN EINA FERÐ ENN EINA MUGU VIT FERÐ M STAÐFESTA, AT IKKI ØLL

AFRIKONSK PASS: Vit føroyingar geva helst ikki okkara passi nakran serligan ans. Tað er bara har. Ella. Tað passar ikki. Tað er aldrin har, sum tað eigur at vera, men vit finna tað altíð í evstu løtu, so vit kunnu vísa tað fram fyri síðan at missa tað burtur aftur. HØVUNDUR: BIRGITH LASSEN

Dagliga geva vit okkum ikki far um, hvussu virðismikið okkara pass er, og hvussu stórt vald tað gevur okkum. Í veruleika­ num er tað okkara atgongu­ merki til allan heimin. Fyri okkum er heimurin fríur, og hurðarnar eru líka opnar, sum eitt V.I.P. festivaløki er fyri eina poppstjørnu. Men tær eru ikki opnar fyri øll. Og tað minnir í veruleikanum um eitt festi­ valøki. Fyri tað fyrsta sleppur tú ikki inn uttan armband, júst sum tú ikki sleppur at ferðast uttan pass. Og alt eftir, hvus­ su vorðið títt armband er, standa hurðarnar annaðhvørt víðopnar fyri tær, ella eru tær hermetiskt stongdar. V.I.P. økið er bara fyri tey serstakli­ ga týdningarmiklu, meðan tey vanligu mugu noyðast við at standa í bíðirøð í regninum fyri at sleppa á vesið, og tey, sum slett ikki hava ráð, mugu stan­ da hinumegin hegnið og lurta við langum, øvundsjúkum oyrum. Og so eru tey, ið av onkrari orsøk eru so íðin at sleppa inn, at tey trossa viðu­ skiftini og bróta inn gjøgnum hegnið. Tey verða ofta revsað og bannað frá økinum. Veruligu trupulleikarnir við ferðabanni eru á ongan hátt stuttligir og eiga ikki at verða samanbornir við slíkar luksus­ trupulleikar sum ikki at sleppa á festival.

Í ár eru tó ávísir gestir, sum ikki sleppa á G! Festivalin, hóast alt var klárt og ferðin bíløgd. Talan er um afrikonsku limirnar í afrikanska reggae­ bólkinum Sierra Leone Refu­ gee All Stars, sum er ein av best umtóktu afrikonsku tón­ leikabólkunum. Bólkurin hevur upphav í vesturafrikansku flóttafólkalegunum og spælir old school reggae, klassiskan soultónleik við afrikanskum groove, afrobeat og stemmu­ messan. Í fjør kunngjørdi G! Festivalu­ rin, at bólkurin var bókaður at spæla á komandi festivalinum, men í mai noyddust fyriski­ pararnir at staðfesta, at tað ikki vildi eydnast at fáa bólkin higar í ár. “Tað er sera syrgiligt at vera vitni til munin á møguleikum hjá fólki at ferðast frítt í heimi­ num”, skrivaðu fyriskipararnir av G! Festivalinum, sum í fleiri ár hava nýtt festivalin at seta fokus á humaniter viðuskifti sum til dømis mannarættindi. At ferðast við afrikanskum passi er heilt øðrvísi enn at ferðast við føroyskum. Styr­ kin á ymsum passum verður regluliga kannað og nýtt til at avdúka, hvørji lond hava mest og minst valdmiklu passini. Meðan okkara pass liggur á


ENN EINA FERÐ MUGU VIT MENNISKJU HAVA EINS STÓRT VIRÐI

einum triðjaplássi og gevur okkum atgongd til 166 lond, so liggur Sierra Leone á einum 63. plássi við fríari atgongd til einans 63 lond. Torførast er hjá íbúgvunum at ferðast mil­ lum lond í Afrika, men tað er nærum eins torført at ferðast til vesturheimin. Og tað er also orsøkin til, at Sierra Leone Refugee All Stars ikki verða at hoyra á ársins G! Festivali. Á Facebook greiðir G! Festi­ valurin frá, at toymið úr Sierra Leone hevur arbeitt hart fyri at fáa ferðina til Føroya at eydnast, men máttu til endans geva upp. G! Festival sigur seg tó vilja arbeiða hart fyri at síggja bólkin á palli í Føroyum í framtíðini.


GER MAT! Matgerð og festivalur eru kanska ring at fáa at ganga hond í hond. Einki vask, eingin ovnur, eingin uppvaskimaskina, eingin mamma. Á komandi síðunum fært tú íblástur til fýra festivalvinarligar rættir og drykkir, sum heilt sikkurt bergtaka tíni vinfólk. Matin kanst tú gera heima og taka við. Rávørurnar eru vistfrøðiligar og av merkinum Grøn Balance, sum fæst í millum annað Miklagarði. HØVUNDUR: KATRIN JOENSEN NÆS

OVERNIGHT OATS (SØTT) Tilfar: 1 dl havragrýn 1 dl plantumjólk 2 spsk chiafræ Vegleiðing: Rør saman og stilla í køliskápið alla náttina. Stroy sjokolátu, ber, nøtur og banan omaná. Til hesa hava vit gjørt eina hindberja og sjokolátasós, sum er uppkókað.


TVÍFLÍS VIÐ JARЭ BERJAKETTJUP, GEITAROSTI OG HØSNARUNGA Tilfar: Bollar Sinnopskrem (majonesa og sinnopur) Jarðberjakettjup (rør fryst jarðber, balsamiko, sukur og pipar saman) Høsnarungi Salat Geitarostur Vegleiðing: Smekka saman!


COOKIEDOUGH TVÍFLÍS VIÐ HINDBERJUM Tilfar: Smákøkudeiggj við jarðnøtarsmøri (finn ein uppskrift og ger deiggið, men ikki baka tað) Rugbreyð Hindberjasúltutoy Vegleiðing: Ger smákøkudeiggið (uttan egg). Smyr deiggj á breyðini og smyr síðan hinberjasúltutoy á.

STOKTAR KIKERTRAR Tilfar: Eina dós av kikertrum Salt Matolju Vegleiðing: Steik á eini pannu, til tær eru broysknar. Stroy salt omaná.


HINDBERJA OG SJOKOLÁTAKØKA Tilfar: TIL KØKUNA: 200 g mjøl 130 g sukur 50 g smeltað smør 2 egg 1 tsk bakipulvur Eitt dism av salti OMANÁ: Hindber Sjokoláta

Vegleiðing: Rør køkudeiggið og baka í ovninum í 25 minuttir á 180 hitastigum. Prika hol í køkuna (og stoyt gjarna eitt sindur av Amaretto útyvir). Kóka hindber og sjokolátu og stroy omaná.


BLÁBERJAMOJITO Tilfar: Bláberjasúltutoy Limesaft Brúsvatn Rørsukur Romm Myntubløð Frísk bláber Vegleiðing: Rør tað váta tilfarið saman og síla tað. Pynta við bláberjum og myntubløðum.


ANANASDAQUIRI Tilfar: Frískt pressað ananasdjús Limesaft Romm Rørsukur Vegleiðing: Rør saman og drekk.


Leiðandi reiðarí

í norðurhøvum

Effektiv veiða, har góðskan fylgir við … Kræsnir kundar, tí skal góðskan bara vera tað besta …

P/F Varðin | Garðabrekka 4 | FO-510 Gøtu | Tel 610600 vardin@vardin.fo | www.vardin.fo


SÖLUBÚÐIR Á G! Syðr ugöta: Vistgröði · Pannukökubúðin Asian Foodtruck Hvonn · Kiosk Vár · Hallbera FÍL · Elsabech · Útilív Bob and Marilyn’s Suitcase Navia · Airbrush Hoyggjhúsið Barbershop Tjaldingarökið: Blái Krossur Elin á Torkilsheyggi Pista530


s&s SPURNINGAR & SVAR

Nær letur tjaldingarøkið upp? Tjaldingarøkið letur upp mikudagin 11. juli kl. 14.00 og letur aftur sunnudagin 15. juli kl. 12.00. Sleppa øll inn á tjaldingarøkið? Nei, tað krevur armband til bæði festivalin og tjaldingarøkið. Tey kunnu keypast á heimasíðuni gfestival.fo. Nær letur festivaløkið upp? Festivaløkið letur upp mikudagin 11. juli 2018 kl 16.00. Hvar keypi eg atgongumerki? Á Magnstøðunum í Havn, Runavík, Gøtu, Klaksvík, Miðvági og við Streymin og í Tutl í Havn. Atgongumerki til vikuskiftispass og til einst’ku dagarnar kunnu keypast á heimasíðuni gfestival. fo. Eg havi keypt eitt atgongumerki, men fekk bara eitt pappír. Hvussu fái eg fatur á armbondunum? Armbondini fáast her: Magn við Ringvegin Mánadagin 9. juli til leygardagin 14. juli kl. 8.00 - 23.00. Magn í Gøtudali Mánadagin 9. juli til leygardagin 14. juli kl. 8.00 - 23.00. SMS Mánadagin 9. juli til mikudagin 11. juli kl. 10.00 - 18.00. Atgongumerkjasøla við inngongdina: Mikudagin 11. juli til leygardagin 14. juli frá kl. 14.00, tó leygardagin frá kl. 11.00. Tøting Mánadagin 9. juli til týsdagin 10. juli frá kl. 10.00 til 20.00. Mikudag til leygardag er opið frá kl. 10.00. Hvussu við børnum? Børn undir 12 ár sleppa inn ókeypis saman við einum vaksnum við armbandi.

Hvar verður tjaldingarøkið? Tjaldingarøkið er í Norðragøtu millum kirkjugarðin og fótbóltsvøllin. Tú kanst ikki keypa atgongd til tjaldingarøkið har – tú noyðist at keypa tað á sølustøðunum, sí omanfyri. Hvussu sleppi eg undir brúsu, tá eg tjaldi? Vesivognar eru beint uttan fyri tjaldingarøkið. Brúsur eru í nýggja ítróttarhúsinum í Sarpugerði. Brúsurnar eru opnar frá kl. 14.00 – 18.00 hósdagin, fríggjadagin og leygardagin. Kostnaður fyri at nýta brúsurnar er 20 kr. Eru nakrar serligar reglur galdandi? Ja, tjaldingarreglur eru ásettar, sí her

Hvørjir aðrir gistingarmøguleikar eru, um eg ikki vil tjalda? Tú kanst sova í húsvogni, gista í einum urtagarði í Gøtu (við egnum tjaldi), gista í eini skúlastovu í Gøtu ella í Leirvíkar skúla. Keyp gisting á gfestival.fo. Hvussu sleppi eg til og frá festivalin, tá eg tjaldi? Aftur í ár eru bussar millum festivaløkið, tjaldingarøkið og Leirvík. Bussurin koyrir áhaldandi millum tjaldingarøkið og festivaløkið hósdag til leygardag frá kl. 16.00 til 04.00, umframt eina ferð um tíman millum Leirvík og Gøtu. Ein túrur kostar 20 kr, armband til alt vikuskiftið kostar 100 kr. Armbond kunnu keypast við tjaldingarøkið og í bussinum. Hvussu sleppi eg til festivalin, um eg búgvi í Havn ella Klaksvík? Leið 400 hjá Bygdaleiðum koyrir millum Tórshavn og Klaksvík og steðgar við Gøtugjógv. Sí ferðaætlan fyri leið 400 á www.ssl.fo.

Og hvussu sleppi eg heim um náttina? Náttarbussur frá G! til Tórshavn koyrir úr Syðrugøtu náttina til sunnudag klokkan 04.15, atgongumerki til bussin fæst her

Hvussu við pottunum, sum eg havi hoyrt um. Kann eg bara fara í? Økið við svensku pottunum og føroyskari sauna er opið allar festivaldagarnar frá kl. 10.00 til 22.00. Tú skalt tó hava atgongd við einum armbandi, sum fáast frá starvsfólkunum, sum ansa pottum og sauna, ella í atgongumerkjasøluni við Húsgarð. Armbandið kostar 150 kr og kann brúkast alt vikuskiftið. Hav egin svimjiklæðir og handklæði við, ella leiga tey við pottarnar fyri 20 kr hvørt. Hvat kann eg eta á festivalinum? Nógv ymiskt. Tú kanst bæði hava mat við sjálvur, keypa mat í nógvu spennandi básunum, ella fáa ókeypis fisk og kips á sandinum leygardagin. Kann mann hava mat og drekka við inn? Tú kanst einki drekkandi hava við inn á festivaløkið, men mat kanst tú hava við.


BENJAMIN GIBBARD SANDURIN · HÓSDAGUR · KL. 20.20

Benjamin Gibbard, sum er best kendur fyri sínar útgávur undir navninum “Death Cab for Cutie”, hevur fingið ikki færri enn átta Grammy tilnevningar seinastu árini, eins og fleiri av hansara løgum hava verið á Billboard top 10 listanum, harav tað eina varð nummar eitt. Tað var áhugin hjá Ben fyri Føroyum, sum førdi hann saman við G! festivalinum, har hann kemur at hava eina serstaka framførslu í ár. “Hann er ein av best umtóktu indierokk tónleikarunum í heiminum, so vit eru sera heppin at fáa vitjan av Ben í summar. Hann hevur enntá borið fram ein kærleika fyri føroyskum tónleiki og spurdi um at sleppa á pallin saman við Marius Ziska. Hann er týðiliga áhugaður í og hugtikin av Føroyum og føroyskari mentan og fer at brúka eina viku eyka at vitja oyggjarnar,“ sigur Fred Ruddick, tónleikabókari hjá G!. Virðislønti tónleikarin úr Washington í USA framførir á Sandinum hósdagin 13. juli.

[US]


Eg valdi at síggja glasið hálvfult. Eg valdi at fara frá henni. Eg valdi at syngja á føroyskum. Eg valdi kærleikan. Eg valdi at fara á afs. Eg valdi at søkja inn. Eg valdi tann lætta vegin. Eg valdi at stilla upp. Eg valdi at kanna málið nærri. Eg hevði einki val. Eg valdi teg. Eg valdi meg. Eg valdi eisini ein kanelsnigil. Eg valdi tað sama sum hini. Eg sjólívið valdi. Eg valdi borgarstjórasessin fram um løgmanssessin. Eg valdi støddfrøði. Eg valdi at sjúkramelda meg. Eg valdi at gerast sjálvboðin. Eg valdi at leggja av. Eg valdi at ikki konfirmerast. Eg valdi at fara uttanlands. Eg valdi at flyta út. Eg valdi hypnosuterapi. Eg valdi at skriva undir við KÍ. Eg valdi atsum spyrja Eg valdi www.banknordik.fo Ráðgeving, øll skilja meg fyri. Eg valdi skeivt. rætt. Eg valdi við hjartanum.Eg hjartanum.Eg valdi BankNordik.

Valið er títt

Vit velja – alla somlu tíðina. Men onkuntíð krevst eitt sindur meira. Avgerðir, sum taka tíð. Val, sum ávirka okkara lív. Í BankNordik hjálpa vit tær at velja rætt.


EINGIN ORSØK AT GLOYMA SÍNI PRINSIPP, BARA TÍ MANN HEVUR TAÐ STUTTLIGT

VISTFRØÐI: Heimurin pínist av okkara gerandis ovurnýtslu. Tíbetur gera alsamt fleiri okkara nakað við tað. G! festivalurin bannar til dømis øllum básum at nýta plast í ár. Tað merkir, at tú fært servisu úr umhvørvisvinarligum tilfari, tá tú keypir mat og drekka á festivalinum. Men eisini gestirnir sjálvir velja at koma á festival við umhvørvinum í tonkunum. Sára Sondum úr Havn er ein teirra.

HØVUNDUR: BIRGITH LASSEN MYND: TRÓNDUR DALSGARÐ Hvat hevur tú við á festival, sum hjálpir tær at taka atlit til umhvør­ við? Á mínum innkeypslista til G! í ár er millum annað eitt lummaøskubikar, lívfrøðiliga niðurbrótiligt glimmur og matíløt, ið kunnu endurnýtast. Hví hevur tað týdning fyri teg?

Hugsar tú um umhvørvið, tá tú ert á festivali? Eg hugsi avgjørt umhvørvisvinarligt, tá ið eg eri á festivali. Tað geri eg millum annað við atlata vera við at keypa drekkivørur, sum verða seldar í plasti, við at rudda upp ­eftir mær sjálvari og við at nýta so lítið av streymi og vatni, sum til ber.

Tað hevur stóran týdning fyri meg at vera umhvørvisvinarlig, eisini tá eg eri á festivali, tí egeri góð við umhvørvið. Eg vil taka samfelagsliga ábyrgd og gera mítt fyri at royna at bøta um umhvørvisdálk­ ingarnar, sum vit síggja í øllum heim­inum í dag, og sum vit øll eru ein partur av. Hetta royni eg at gera, líkamikið hvar eg so eri, og hvat eg so geri. G! festivalurin snýr seg um tónleikin, men alt virksemið á ­festivalinum tekur støði í náttúruni. Náttúran er karmur um allan festivalin, og tí er tað týdningar­ mikið, at vit viðurkenna hana, meðan vit eru á festivalinum.

Kanst tú deila tínar tankar um, hvussu man tekur atlit til umhvør­ við á festivalum? Tað eru nógv ymisk viðurskifti, tú kanst hugsa um, um tú vilt taka atlit til umhvørvið, tá tú fert á festival. Til dømis kanst tú koyra hagar í bussi heldur enn at koyra við bili. Tú kanst keypa umhvørvisvinarliga festivalútgerð. Tú kanst keypa fest­ ivalklæði í endurnýtsluhandlum. Tú kanst keypa vistfrøðiligar vørur við tær til festivalin. Tú kanst rudda upp eftir tær sjálvum. Tú kanst lata vera við at eta kjøt, meðan tú ert á festivali. Tú kanst heita á onnur at gera okkurt av tí omanfyri.

Hvussu sær títt G! út í ár? Á G! í ár skal eg gista í einari skúlastovu í Gøtu skúla. G! leigar hesar skúlastovur út á hvørjum ári, meðan festivalurin er. Undanfarna ár var fyrstu ferð, eg gisti í einari tílíkari skúlastovu á G!, og tað eydnaðist sera væl. Tá ið tú gistir í hesum skúlastovum, hevur tú atgongd til bæði køk og ves, og tí er ikki neyðugt við eins og nógvari festivalútgerð, sum tá ið tú fert við tjaldi. Hetta ger tað eitt sindur lættari at vera umhvørvisvinarligur. Tíverri er avmarkað pláss á skúlanum, so tað snýr seg um at vera skjótur, vilt tú gista har.


Fyri mong er G! neyvan fullkomin, fyrr enn hvør vøddi er í sving og hvør kykna spent út í odd og egg. Bæði fríggjadag og leygardag er Grundin grundvøllur undir elektroniskum undirvallartónleiki, sum tú ikki finnur á hinum pallunum. Vit hava hitt skiparan í Grundini, sum ætlar sær at gera ársins grunduppliving til eina heildaruppliving. HØVUNDUR: MIA HELMSDAL CLOTHIER MYND: TRÓNDUR DALSGARÐ


”Eg taki eitt sindur av spírandi skating-mentanini við mær í ár,” sigur Michael Johannesen, sum samskipar Grundina í ár. Michael er nýligani fluttur heim úr Keyp­ mannahavn og rekur handilin Útiliv í Havn. Úr Keypmannahavn hevur hann við sær drúgvar royn­ dir sum diskari. Har hevur hann diskað vikuskifti aftaná vikuskif­ ti á dimmum og garvillum spæli­ støðum. Tað er sostatt ein væl og virðiliga dagførdur fyriskipari, sum stílar fyri í Grundini í ár og sum endar ballið sunnunáttina millum klokkan trý og fýra.

kum tónleiki. Har finnast fólk, sum eru øðrvísi, og sum eisini søkja okkurt øðrvísi. Í Føroyum er harafturímóti lítið og einki av tí. Her má alt sovorðið byggjast upp frá botninum – ella frá Grundini,” sigur Michael við einum smíli og vísir á, at tað hevur víst seg trupult at finna hóskandi høli til akkurát hetta slagið av tónleiki og tiltøkum. Men í Grundini eru møguleikarnir nettupp einastan­ di, um tú hevur hug at skapa eina rætta náttklubbauppliving. Og tað er akkurát tað, sum en­ damálið er í ár.

”Í Danmark er eitt ordiliga sunt og gott umhvørvi fyri elektronis­

”Endamálið er at geva áhoyrarum eina spikafeita náttklubbaup­

pliving. Pallurin sjálvur er fluttur oman í Grundina, og í ár verður nýtt ljós sett upp, sum riggar væl til tónleikaframførslurnar, sum verða bæði føroyskar og út­ lendskar. Talan er um nøvn, sum bæði G! festivalurin og eg kunnu stuðla fult undir,” sigur Michael. Sostatt verður talan um fram­ førslur, sum venda sær til bæði eygu, oyru og kropp. Fríggjakvøl­ dið byrjar í tí meiri elektroniska horninum, meðan leygardagurin verður eitt sjangrubland av tí góða slagnum. Mariumessa á Vári prikar hol á ballið fyrra kvøldið við einum elektronis­ kum setti. Og klokkan tvey, tá ið

ÁRSINS GRUND TIL AT FINNA DANSI­SKÓGV­ ARNAR FRAM fólkið er hitað upp, tekur Esther Urioste yvir við house og techno. Esther er ein upcoming diskari úr Keypmannahavn, sum byrjaði at gera vart við seg fyri trimum árum síðan. Hon hevur nú sin egna náttklubba í kjøtbýnum í Keypmannahavn og er javnan at hoyra á Culture Box, sum er størsti náttklubbi av sínum slag í Keypmannahavn. Leygardag­ in eru disko, house, techno og etniskar rútmur á skránni. Dan Helgi fer á pall við acid house og etniskum rútmum, og aftaná diskar Sakaris upp við dansivi­ narligum disko house og yvir­ høvur good vibes. Michael endar sjálvur ballið, men veit enn ikki at siga við vissu, hvat hann fer at finna uppá.

”Eg veit, hvat eg havi hug at spæla. Men eg fari at taka tað eitt sindur eftir stemninginum. Allarhelst verður tað house og techno, eg fari at spæla, men tað, sum tað snýr seg um, er fyrst og fremst heildaruppli­ vingin,” sigur Michael og leggur aftrat, at Grundin í ár eisini verður skipað sum ein skatara­ park um dagarnar. ”Skating-mentanin er vaksandi. Fleiri ung byrja í hesum døgum at skateboarda og standa á rulluskoytum. Og tá ung byrja okkurt, so smittar tað, og fleiri byrja at gera tað sama. Hetta er eitt ting, vit hava valt at taka fram og gera nakað við í ár,” greiðir Michael frá og leggur

aftrat, at ætlanin er, at skatara­ parkin skal halda fram aftan á festivalin. Sjálvur gleðir skiparin av Grun­ dini seg nógv at uppliva Ba Cissoko, Hamferð, Faithless og Harlem Gospel Choir á ársins festivali.


MARGRETA — Eg sleppi ikki at sova á tjaldingarøkinum — Eg skal sova hjá familju — Eg skal heim eitt ávíst tíðspunkt — Eg sleppi ikki at drekka

BJØRT — Eg sleppi ikki at sova á tjaldingarøkinum — Foreldur míni heinta meg, tá eg skal heim — Eg sovi hjá familju — Eg sleppi at drekka nakrar cider


16 ÁR

OG FYRSTU FERÐ Á G! FESTIVALGESTIR: Hvørt summar eru fleiri, sum skulu einsamøll á festival fyri fyrstu ferð. Eg eiti Margreta, og í ár verði eg ein av teimum. HØVUNDUR: MARGRETA SÚSONNUDÓTTIR HANSEN MYND: TRÓNDUR DALSGARÐ

Eg eri fimtan ár, og um fimm ­dagar pakki eg mítt lív niður í taskur og taki bussin hjá Bygdaleiðum til Syðrugøtu fyri at uppliva G! fest­ ivalin fyri fyrstu ferð. Eg eri spent og eisini eitt sindur nervøs. Men ikki líka nervøs sum míni foreldur eru. Fyri at lætta um trýstið, havi eg gjørt ein sáttmála við míni foreldur um, at eg ikki sleppi at sova á tjald­ ingarøkinum. Tey seta sum krav, at um eg fari á G!, so skal eg sova hjá familju. Tey hava eisini ásett tíð fyri, nær eg skal vera heima. Og eg ­sleppi ikki at drekka. Eg havi spurt vinkonu mína Bjørt, hvørji krøv hennara foreldur seta, og hvussu hon fyrireikar seg til fest­ ivalin. Hetta verður hóast alt ­hennara sekstanda ferð á G! ”Ja, eg havi verið á G! á hvørjum ári, síðan eg lá í búkinum hjá mammu míni. Eg kenni festivalin út og inn, og eg veit, hvat eg kann vænta,” ­sigur Bjørt. Av tí at foreldrini hjá Bjørt eru vandir G! festivalgestir, so hómi eg, at tað er lættari hjá teimum at lata hana fara einsamalla. Tað er hon sloppin tey seinastu árini. Míni foreldur vita lítið um festivalin og tí hava tey ikki latið meg fara. Men nú havi eg gjørt nakrar avtalur sum gera, at tey ­kenna seg tryggari við at lata meg fara.

”Sjálvt um eg kenni festivalin út og inn, so havi eg eisini nakrar greiðar avtalur við míni foreldur, sum eg ætli mær at halda. Míni foreldur halda eisini, at eg eri for ung til at sova á tjaldingarøkinum, og tey seta sum krav, at tey heinta meg um ­k vøldið,” fortelur Bjørt. Hon sigur eisini, at foreldrini hava sett sum krav, at tey skulu til einhvørja tíð kunna fáa ­fatur á henni á telefonini. Vit eru samdar um, at vit skilja væl okkara foreldur. Vit skilja væl, at tey vilja tryggja sær, at einki hend­ ur okkum. Vit skilja eisini væl, at tey eru nervøs um, at vit skulu vera einsamallar eitt vikuskifti, har fólk drekka og sláa seg leys. Alt botnar sjálvandi í, at okkara foreldur eru góð við okkum og vilja verja okkum. Men tá tað er sagt, so koma vit fram til, at vit halda krøvini vera for strang. Vit høvdu væl tímað at hildið leingi á, tí tað er kanska ofta aftaná konsertirnar, at stemningurin nær hæddarpunktinum. Segði nakar FOMO? Tá streymurin av ungum og kátum fólki vaggandi, syngjandi og flen­ nandi flytur seg niðan á tjaldinga­ røkið, og øll eru stúvað við góðum upplivingum frá degnum, fer hen­ dan løtan at verða skift út við ken­ sluni av at koyra spakuliga framvið Syðrugøtu. Heim í song …


TÓNLEIKASKRÁ TÓNLEIKASKRÁ

11-14 JULY 2018 GÖTA, FAROE 11-14 JULY 2018ISLANDS GÖTA, FAROE ISLANDS

MIKUDAGUR MIKUDAGUR FJÓSIÐ SANDURIN FJÓSIÐ

SANDURIN SANDURIN

MIKUDAGUR ANNAÐ ANNAÐ

18:00 20:00 22:00

SANDURIN SANDURIN

FJÓSIÐ 17:00

SWANGAH RAG’N’BONE MAN[UK]

19:00 21:00

HÓSDAGUR HÓSDAGUR

SPÆLIPLÁSSI SPÆLIPLÁSSI

#METOO READINGS SHISA BRAND RINGrás/orBIT KONNI KASS

FJÓSIÐ FJÓSIÐ

ANNAÐ

ANNAÐANNAÐ

BÓKMENTATILTAK Í BÝRÁÐSHÚSUNUM: FRAMSÝNING UPPLESTUR FYRILESTUR PALLBORÐ

17:00 17:45 18:00 18:25

HÓSDAGUR SANDURIN

SPÆLIPLÁSSIÐ

FJÓSIÐ 16:00

FRÓÐI BJARNASON

17:20

JASMIN MARK THE MESSENGER

18:25 19:30 20:20

BENJAMIN GIBBARD

[US]

00:10

18:00 19:00 20:00

23:15

ELINBORG NELSON CAN[DK]

01:20

ÚLFUR ÚLFUR

21:20 22:10

17:00

MARIUS ZISKA SCARLET PLEASURE[DK]

21:00 23:00

ANNAÐ

HILDALAND IN SEARCH OF LOST COLOURS FOOD FROM SEAWEED POETRY READING KATRIN OTTARSDÓTTIR SILVURPLÁTA DAMUDOMI DJs & FRIENDS

TRÓNDARDAGUR

KL 12.00- 16.30

12.00 12.00 12.00 14.00 15.00 15.30

BLÁSASTOVA LETUR UPP LISTAFRAMSÝNING BARNATILTAK FÓLKAFUNDUR FÖROYSKUR DANSUR AFTANKVIRRA Í GOMLU KIRKJU

[IS]

FRÍGGJADAGUR SANDURIN

SPÆLIPLÁSSIÐ 16:00 17:20 18:30

GRASSY ASS LEA KAMPMANN

17:00 18:00

FRÍGGJADAGUR FRÍGGJADAGUR SANDURIN SANDURIN

SPÆLIPLÁSSI SPÆLIPLÁSSI

19:20

BROTHERS MOVING[DK]

21:20

BA CISSOKO[GN]

23:35

EIVÖR

FJÓSIÐ FJÓSIÐ

FÓLKATÓNLEIKASANDURIN STEVNAN 2018 SANDURIN

ANNAÐ ANNAÐ

19:00 20:25

02:00

GRUNDIN GRUNDIN

LYON

20:10 21:00

22:40

FRUM

22:40

01:00

SILVURDRONGUR

00:50

03:00

ZAAR

HAMFERÐ

KICK STARTER INSOMNIA THE CROWD IN MUSIC

02:00 [DK]

FÓLKATÓNAR KATA CROWBERRY BAND KÁRI SVERRISSON & HANS JACOB KOLLSLÍÐ SPÆLIMENNINIR AFTURLJÓÐ FIFTIES DISCO

ANNAÐ

GRUNDIN

FJÓSIÐ

16:00

LEYGARDAGUR LEYGARDAGUR SPÆLIPLÁSSI SPÆLIPLÁSSI

FJÓSIÐ FJÓSIÐ

00:00

MARIUMESSA

02:00

ESTHER URIOSTE [DK]

SKREWGONGA

(Tjaldingarøki)

16:30

TEITUR

GRUNDIN HOYMA GRUNDIN

18.00

DISKO SÚPAN

ANNAÐ ANNAÐ

Á VÁRI

LEYGARDAGUR SANDURIN

SPÆLIPLÁSSIÐ

FJÓSIÐ 11:00

16:30

MATVEITSLA

17:15

TEITUR

Á SANDINUM

18:30 19:30

HARLEM GOSPEL CHOIR[US]

22:00

SANGLÖTA

00:30

FAITHLESS DJ

HOGNI

GRUNDIN

ANNAÐ

KIRKJA

14:00

ILÚ:MINATI

15:00

HOW TO WRITE

14.00

PERFORMANCE ART

18:00 19:00

AMATÖROYAR RINGrás/orBIT

21:00

SON OF FORTUNE

21:00

HETTARHER

23:15

IRIS GOLD[DK]

23:00

MEEJAH

02:15

KANNSKA!

02:00

THE REVERENDS

[UK]

BARNATILTAK

15:30

MARIUS ZISKA

PERFORMANCE ART

J: GØRANSON

16:00

12:00

HOYMA

00:00 01:30 03.00

DAN HELGI SAKARIS DJ SET ANTONY CHARLES

G! Times  
G! Times  
Advertisement