Issuu on Google+

Ber vitan, hjálp og vón  til menniskju um allan heim 3. útgáva 2013

LOGOS, LOGOS II OG DOULOS

Hvar blivu gomlu skipini av?

Síða 14 - 15

TEENS IN MISSION

12 føroyingar á vitjan í Moldova

Síða 10 - 13


Summarið var so stutt… Enn eitt summar er farið, nógv sáð er fallið í jørðina, og vit gleðast stórliga yvir ávøkstin, vit síggja. Tað sáð, sum av Gudi er plantað í so mong hjørtu í summar, fer Gud at lata vaksa, nú heystið og veturin fara at taka yvir. Kanska hevur tú verið við til at sáða nøkur sáð. Nøkur fóru út um Føroya land at sáa, meðan onnur sáðaðu í grannalagnum. Nú heystið og veturin eru í nánd, lat okkum so ikki gevast at sáða. Gud hevur givið okkum ein akur beint har, sum vit eru. Um vit eru fús at sáða, so fer Gud at gera okkara arbeiðspláss, skúla, grannalag, ítróttarfelag og okkara heim til eina trúboðanarmark. Lat okkum virka fyri Gud, har sum Hann hevur sett okkum.

Landsleiðarar: Anita & Oddmar Tausen Nevnd: Absalon Áargarð (formaður) Maja Jakobsen (næstforkvinna) Heri Kjærbo Jóhan Petur Johannesen Margith Latupeirissa  Útgevari: OM Føroyar Oyranar 10, 650 Toftir Tlf. 219923/296079 teldupost: info.fo@om.org www.om.fo

OM Føroyar er partur av altjóða felagsskapinum Operation Mobilisation, sum hevur umleið 6100 trúboðarar í yvir 95 londum og virkar í yvir 100 londum. Kontonr.: Eik Banki 9181 - 426.219.2 Redaktión: Blaðnevnd: Anita Tausen & Absalon Áargarð Sniðgeving og layout: Pól Andrias Larsen Rættlesing: Erla Bech Nolsøe Prent: Føroyaprent Myndir: OM International, Pól Andrias Larsen og privatar myndir


Seks føroyingar vóru á Transform Transform er ein av mongu arbeiðsgreinunm í OM. Fleiri hundrað ungdómar venja og tæna saman við tí endamáli at røkka út til 21 lond kring Miðalhavið. Í hesum økinum búgva ikki færri enn 450 milliónir! Tað er júst í hesum økinum, at vøggan hjá kristindóminum stóð. Men hóast henda veruleika, so eru tað ógvuliga mong í hesum økinum, sum einki kenna til Jesus Kristus, hvør Hann er, og hvat Hann hevur gjørt fyri tey. Tað eru júst hesi, sum OM við Transform átakinum hevur sett sær fyri at røkka. ROYNA AT FÁA FØROYINGAR Á TRANSFORM Transform hevur verið í nøkur ár, og nakrir føroyingar hava luttikið á Transform. Í 2011 vóru tríggir føroyingar við, og í fjør vóru tveir.

og arbeiðið var mest at vera saman við børnunum og vísa teimum áhuga og kærleika.

Vit í OM Føroyar settu okkum tí fyri at arbeiða fram ímóti, at fleiri føroyingar skuldu fara við Transform, og í ár fóru 6 føroyingar avstað við Transform..

RÁÐSTEVNA Frammanundan fráferðini til ymsu londini, so savnast allir luttakararnir á ráðstevnu í Róm. Í ár byrjaði ráðstevnan 16. juli, og har luttóku 450 ungfólk. Í 5 dagar var nógv undirvísing á skránni, luttakararnir bóðu nógv saman umframt at tey luttóku í lovsongi. Tað var lovsongsleiðarin Aaron Keyes saman við bólki, sum leiddi lovsongin.

Tórur Zachariassen fór við sínum liði til Miðeystur, har tey arbeiddu saman við einari lokalari samkomu. Tórur sigur, at tað var einastandandi spennandi at uppliva eitt nýtt land og eina heilt aðra mentan. Fólkini vóru sera fitt og blíð, og so var maturin framúr góður.

Síðani fóru toymini avstað út til tey ymsu londini, har tey skuldu virka.

NORÐUR ITALIA OG MIÐEYSTRI Dania Sólsker Poulsen og Abigail Fríða Gaardlykke úr Runavík fóru saman við sínum toymi til eina bygd, sum liggur stutt frá Turin norðast í Italia. Tær hjálptu til á eini barnalegu,

Transform toymi Italia

Framhald á s. 4


Transform toymi Portugal - gita hvør er føroyingur

EVANGELISERAÐU OG SURFAÐU Í PORTUGAL Ólavur Mørkøre av Eiði og Rani Kjærbo úr Havn fóru til Portugal við tí endamáli at evangelisera og surfa. Teir búðu í einari samkomu á staðnum, og alt arbeiðið var í samstarvi við hesa samkomu. Frá morgunstundini av fóru teir oman á strondina, og har brúktu teir nógva tíð saman við ungdómum, sum búðu í økinum. Tað vísti seg skjótt, at Ólavur var tann mest royndi surfarin av teimum øllum, og tí brúkti hann nógva tíð at læra onnur at surfa. Tey keyptu eisni tvey eyka surf-brettir, so tað bar til hjá fleiri at fáa undirvísing.

Eitt kvøldið bjóðaðu tey nógvum av ungdómunum niðan í samkomuhølini, har tey m.a. saman hugdu at filminum “Soul Surfer”.

Transit toymið

ella landi, men tey ferðast í staðin frá plássi til pláss í einum Ford Transit (harav navnið) og luttaka í ymiskum tiltøkum. Majbritt og restin av Transit-liðnum vóru eitt nú í Italia, Týsklandi, Onglandi, Montenegro og Slovenia.

Fleiri føroyingar komandi ár Vit vóna, at uppaftur fleiri føroyingar fara við Transform næsta ár. Um tú vilt vita meira um Transform, so hygg inn á heimasíðu okkara www.om.fo ella www.transform.om.org (Transform hevur eisini eina Facebook síðu). Transform er frá 21. - 26. juli 2013 í Rom.

Fleiri góð vinarbond vórðu knýtt, og Ólavur sigur, at hann enn hevur samband við fleiri av teimum, sum hann møtti í Portugal. TRANSIT LIÐIÐ Maibritt Højgaard Johansen av Strondum valdi at fara við Transit-liðnum. Tey flestu, sum fara við Transform, eru burturi í nakrar vikur, men Maibritt valdi at vera úti í 5 mánðir. Transit-liðið er eisini øðrvísi enn hini liðini, tí tey eru ikki knýtt at einum ávísum stað 4

ALT INNAN VATN, HITA OG SANITET

Maria Pou ulsen Tel 312 000

|

mp@mp.fo

|

www.mp.fo

www.om.fo


Vælkomin á TeenStreet

Liðmynd tikin í oysandi regni. Offenburg 2013.

Endiliga upprann dagurin, sum vit vóru so spent uppá. Dagurin, tá TeenStreet legan byrjaði. Vit vóru 308 spentir føroyingar, sum í ymiskum ferðaløgum náddu fram til legubyrjan, hóast mjørkin hevði argað í nakrar dagar og hildið spenninginum uppi - um ella nær vit komu fram. Legan byrjaði so væl, sum hon kundi, nevniliga við tí, sum ungdómurin elskar, lovsongsløtuni. Fyrsta lovsongsløtan er nakað serligt, sum hesuferð hevði filmsklipp frá umboðaðu tjóðunum á leguni, har hvør á sínum máli rópti: “Vælkomin á TeenStreet”. Búviðurskiftini kunnu vera ein avbjóðing - at sova í einum soviposa á eini luftmadrassu við kuffertinum við høvda-/fótalagið saman við 4 – 500 øðrum fólkum. Áðrenn mann hevur vant seg við tað, kann mann ivast í, um man er mitt í oyðileggingini av Jerusalem, men sum vikan líður, er eingin trupulleiki at finna júst sína madrassu aftur mitt í rokanum, eisini í myrkri um náttina, tá mann hevur verið uppi á vesi. Evnið á leguni hesa ferð var ”>>MEIR” út frá Efesus kap. 3, vers 20: ”Men Honum, sum mentur er at gera meir enn alt, langt út um nr. 3 - 2013

tað, ið vit biðja ella skilja, eftir kraftini, sum í okkum virkar” Umframt dagligu bíbliutímarnar, andaktirnir og lovsongsløtuna, var hópur av møguleikum at stytta sær um stundir við, t.d. ítróttur, workshops, seminar og chatroom. Eisini kundi man fara á outreach, við m.a. at geva fólkinum í býnum eina rósu við einum versi á. Føroyingarnir eru blivnir nógv raskari at taka av hesum tilboðum. So gott sum allir føroyingarnir hava tikið lut av onkrum av fjølbroytta úrvalinum. Global Villige var sera væl vitjað, serliga teir báðar regndagarnar í byrjanini. Í ár fóru vit á eina aðra planet, har neyð og elendigheit var, og har vit høvdu fáar minuttir at hjálpa teimum í. Hetta gjørdi stórt inntrykk á okkum øll, sum royndu møguleikan, tí hóast hetta var 5


“sjónleikur”, so varð tað so veruligt fyri okkum og gav øllum okkurt at hugsa um. At standa undir bláum himli í toppi/Ttroyggju og shorts og lovsyngja Guði er ein fantastisk kensla. Tað eina kvøldið var føroysk lovsongsløta, har allir føroyingarnir møttust at syngja, og komu nógv onnur fólk at lurta og syngja við, har enskur tekstur var. Á hvørjum ári er RAG RACE, sum eisini í ár var ein stuðulsrenning til frama fyri ungdómsarbeiði og leguhús í Bosnia & Hertzigovina. Hóast nógva hitan luttóku sera nógv fólk. Summi høvdu latið seg sera

stuttligt í, eitt nú kom eitt fok einaferð framvið í føroyskari húgvu, heimabundnari ullintari troyggju, bundnum hosum og shorts. Eg veit ikki, hvussu hesin hevur luktað eftir at hava runnið fleiri umgangir í 30 – 40 hitastigum! Tað komu nógvir pengar inn, og føroyingarnir fingu rós fyri teirra stóru luttøku! Alt fær ein enda, og løtan, tá tannáringarnir skulu heim, er ofta kensluborin eftir at hava knýtt vinabond við ungdómar úr øðrum londum. Samskiftið í dag er so mikið gott, at ongin trupulleiki er at halda lív í kennskapinum, og møguliga møtist mann aftur á TeenStreet árið eftir.

Í síðstu løtu Eftir Randi Østerø Spenningurin var stórur til at fara á TeenStreet í ár. Hesa ferð fóru vit sum familja: maðurin, ein dóttir á legu og so tann yngsta, sum var liðleiðari saman við mær. Vit skuldu ferðast til Milano í Italia og síðani koyra við bussi til Offenburg, har legan var. Men hvussu skal mann vera ílatin, tá mann fer? Aftaná føroyska summarið við teimum umleið 12 gradunum, er ringt at fyristilla sær, hvussu heitt/kalt tað verður at koyra í bussi í fleiri tímar, og yr.no hevði í langa tíð boðað frá upp móti teim 30 gradunum. Vit vóru so optimistiskt ílatin, sum vit tordu tvs. kovboybuksum, toppi, eina ella tvær blusur uttanyvir og so ein jakka fyri sikkurheits skyld. Flogtúrurin vardi 3 tímar, og tað var sum á gólvinum allan vegin. Lagið var gott á øllum, sum sjálvsagt vóru sera spent til komandi dagarnar. 6

Vit vóru so mikið nógv í ferðalagnum, gott hundrað, at vit koyrdu í tveimum bussum. Bussarnir fylgdust allan vegin. Vit vistu ikki, hvussu leingi tað fór at taka, men skuldu rokna við einum 5-6-7 tímum, alt eftir hvussu nógvar og drúgvar køir vóru ávegis. Vit koyrdu leingi gjøgnum Sveits. Stórsligna náttúran var eitt satt upplivilsi. Trø vuksu allastaðni, upp eftir fjøllunum, ja, so langt, sum eyga sá. Hvussu kann mann lata vera við at trúgva, at Gud er til? – sum hevur skapað alt hetta flotta? Inn ímillum trøini sóust nøkur hús, og langt var til næsta grannan. Fyri okkum at síggja, so lógu húsini sera tilvildarliga drússað niður á fjallið, og tað sá so bratt út, at mann næstan var vísur í, at tey, sum búgva so langt uppi í brattlendinum, eru tey, sum halda sjóverkstablettídnaðinum koyrandi, tí tað má heilt sikkurt øra fyri teimum! Og so kom køin! Nú kom nakað av lívi í tey ungu. Hóast fleiri av teimum durvaðu ella www.om.fo


smásvóvu, so høvdu tey ikki tol til at standa still í eini kø! Og so slett ikki, tá man so koyrdi 100 metrar fram við 15 km/t. – Høvdu vit ikki verið umgyrd av flottu náttúruni, sum man ikki mettaðist av at síggja, so hevði tíðin tykst verða enn longri. Vit stóðu still í køini í umleið ein tíma. Vit vónaðu at verða í Offenburg til landsbólkafundin, sum skuldi verða kl 19, men køin darvaði okkum so mikið, at fundinum kundu vit skjóta ein hvítan píl eftir. Men nú komu nervar í! Throneroom skuldi vera kl 20, og tað MÁTTU vit náa, tað vóru øll samd um. Tað er hæddarpunktið á degnum, og serliga fyrsta kvøldið, tí vit høvdu gjørt eitt filmklipp við føroyskari heilsan, sum skuldi vísast til ta fyrstu lovsongsløtuna saman við heilsanunum úr øllum hinum londunum. Hetta er ein serlig løta, og vit VILDU náa tað. Nú mátti Gud uppí leikin, so vit vóru fleiri, sum bóðu Hann gera tað, so at vit náddu til TA

Bussurin steðgaði, og fleiri av okkum hildu okkum vera komin í sauna. Tað var so øgiliga heitt, men vit høvdu ikki stundir at hugsa, nú var bara eitt at gera: RENNA! Tað gekk ikki so leingi, áðrenn eg sjálv, sum hevði biðið tey ungu runnið aftaná mær (eri um 50 árs aldur), dragnaði í mongdini, og eg sá í bakið á teimum ungu. Men eg kundi peika og rópa: ”handan veg!” Jakkin og blusurnar máttu í ryggsekkin á bakinum og sveittin heglaði av okkum øllum av hita og møði. Vit hava helst sæð út, sum høvdu vit svomið allan vegin. STÓR var gleðin tá vit komu inn í Throneroom, fingu sess og fingu ALLAR heilsanirnar við og ikki minst, tá tann føroyska kom. Vit skuldu bara náa tað, og vit náddu tað akkurát. Jú, Gud syrgdi fyri okkum allan vegin, hoyrdi okkara ynski og gav okkum eina fantastiska legu.

løtuna. Háspenningur var nú í luftini. Náddu vit tað – ella ikki! Tað var um at vera! Hjartað var í buksubrókunum hjá teimum, sum ikki vóru í shorts, og tá vit loksins koyrdu inn á økið ringdi telefonin: ”Hey, tá bussurin steðgar á økinum, taka tit BARA hondviðførið við tykkum, og so RENNA tit yvir til trappuna, fáa ”badge’ið” og drøna so inn í Throneroom! Viðførið orðnar onkur annar!” Boðini vórðu givin øllum í bussinum, og tey, sum ikki hava verið í Offenburg áður, sóu út sum spurnartekin - trappur? Hvørjar trappur??? – ”Tit renna aftaná mær!” segði eg, sum ein av ferðaleiðarunum. nr. 3 - 2013

Britt Hovgaard, sum er 14 ár og býr á Tvøroyri, sigur: ”Hetta var fyrsta ferðin, at eg var á TeenStreet. Eg hoyrdi um onkran annan her suðri frá, sum ætlaði at fara á TeenStreet, og so visti eg bara, at tað mátti eg eisini royna. Mær dámdi Teenstreet ógvuliga væl og serliga væl dámdi mær Throon Room. Eg var til nøkur seminar, og tað dámdi mær eisini væl. Næstu ferð ætli eg mær eisini at fara á okkurt outreach Eg lærdi nógv nýggj fólk at kenna og eisini nógv fólk úr øðrum londum, sum eg gleði meg at síggja aftur næstu ferð, tá ið eg fari á TeenStreet. Eg fekk nógv burturúr andaliga og lærdi og upplivdi nógv um, hvussu ómetaliga stórur Gud er, hvussu góður hann er, og hvussu nógv hann elskar okkum”.

7


TeenStreet 2013 í myndum 308 føroyingar vóru við á TeenStreet í ár, sum varð hildið í Offenburg í Týsklandi. Fleiri myndir kunnu síggjast á teenstreet.fo


Myndir: P贸l Andrias Larsen


Túrurin í Moldova Leygarmorgunin 3. august fóru vit av Teenstreet, og 12 tíma langi túrurin til Moldova byrjaði. Við í ferðaliðnum vóru 9 ung og 3 leiðarar. Í fleiri mánaðir høvdu vit verið saman og lært hvønn annan at kenna og hoyrt eitt sindur um Moldova, ið annars ikki er eitt serliga kent land. Eftir Anniku Sveinsdóttir Thomassen Leygardagin kl. 13:00 komu vit til høvuðsstaðin Chisinau. Tveir menn frá OM Moldova komu eftir okkum og bjóðaðu okkum vælkomnum til Moldova. Vit vórðu síðani koyrd til OM Moldova miðstøðina, har vit skuldu vera teir fyrstu dagarnar og hvíla okkum og hyggja okkum um. Sunnudagin fóru vit so til eitt møti í býnum. Vit vóru so heppin at fáa ein umsetara, og vit vórðu eisini biðin at syngja tveir føroyskar sangir fyri teimum. Tað var sera spennandi at uppliva eitt so øðrvísi møti. Dagin, áðrenn vit skuldu til bygdina, fingu vit eitt lítið skeið um mentanina í Moldova, og hvat vit kundu vænta at møta. Vit møttu okkara høvuðsleiðarum, sum var eitt moldovist par, og okkara tolki, ið kom við at umseta. Ein drongur frá Sveis kom eisini í okkara hold, so vit vóru íalt 16 fólk. So kom dagurin. Vit koyrdu í tveir tímar fyri at koma til bygdina, Rautel. Í Rautel búgva uml. 6.000 fólk. Vit komu til kirkjuna og fóru beint á eina barnalegu, sum kirkjan hevði. Har vóru um 150 børn. So skjótt sum børnini fingu eyga á okkum, flokkaðust tey um okkum. Tey vóru millum 4-15 ár. Flestu børnini gingu ikki vanligt 10

á møti. Vit spældu við tey, og vóru saman við teimum. Eg legði beinanvegin til merkis, hvussu løtt tey vóru at undirhalda samanborið við tey føroysku børnini. Vit kundu spæla tað sama spælið í fleiri tímar. Tað vóru um 40-45 hitastig, og tað eru vit føroyingar ikki vanir við, so tað var ein stór avbjóðing. Um kvøldið var so møti, har børnini undirhildu við spæli, drama og sangi. Møti var langt, og nógv var á skránni. Eitt vanligt møti kundi vara umleið tveir tímar. Eftir tað fóru børnini heim, og vit fingu nátturða. Maturin í Moldova er faktist ótrúliga góður. Síðani var klárt at fara til familjunar, sum vit skuldu sova hjá. Genturnar vóru deildar í tvey hold, saman við Guðri og Anitu, og dreingirnir svóvu í kirkjuni. Konan, sum vit búðu hjá, var ómetaliga fitt og blíð. Vit høvdu ein tolk við, eftirsum at ógvuliga fáir moldovar duga enskt. Næsta morgun skuldu vit møta í kirkjuni kl. 08:00. Tá kom konan í húsinum og bjóðaði okkum morgunmat. Vit royndu at forklára, at vit fingu morgunmat í kirkjuni, men hon gavst ikki, so vit máttu bara taka av. Komin inn í køkin sóu vit eitt stórt fat við smákakum, fløtakakum og te, so vit máttu kroysta kaku í okkum kl. 08:00 um morgunin. Men tað var hugvekjandi at síggja, hvussu gestablíð hon og øll hini vóru. Komin í kirkjuna høvdu vit eina lítla andakt, har vit tóku saman um og fingu okkara næsta morgunmat. Børnini komu um 10 tíðina. Fyrst var eitt møti, og síðani spældu vit við tey til 13:00, tá døgurði var. Børnini ótu saman við okkum, og vit høvdu tað hugnaligt saman. Á møtinum um kvøldið, luttóku vit eisini við drama, sangi og søgdu nøkur orð um Føroyar. Hvønn dag vóru tað tvey av okkum, sum søgdu sín vitnisburð. Aftaná nátturða fóru vit til hús, og soleiðis gekk ein vanligur dagur. Á tí heitasta degnum skipaðu vit fyri vatn www.om.fo


spølum, sum so endaðu við einum stórum vatnkríggi. Tað var hjartavermandi at síggja, hvussu glað øll vóru. Tá føldi eg, at øll vóru við, og eingin nýttist at tosa, tí vit bara stuttleikaðu okkum saman. Vit høvdu nógvar leikur og ting við, sum vit høvdu fingið frá handlum í Føroyum, og tað góvu vit børnunum. Eisini høvdu vit andlitsmáling við, sum varð brúkt seinasta dagin. Tað hildu tey vera stuttligt, og har vóru bæði summarfuglar, Spiderman og blómur. Tað dámdi teimum. Á møtinum fríggjakvøldið kom ein talari, sum tosaði um frelsu, hvat tað var, og hvussu mann tók í móti Jesusi. Eftir taluna var møguleiki at koma og taka ímóti Jesusi og uml. 75 børn komu upp. Tað rørdi meg djúpt. Dagin eftir høvdu vit frí til at vera saman sum bólkur. Um kvøldið var hugnaløta við børnum og foreldrum, har børnini vístu, hvat tey høvdu gjørt í vikuni. So var tíðin komin at siga farvæl, og vit kendu á okkum, at vit vóru at sakna tey. Vit klemmaðust og søgdu bei. Tað, sum var hjartanemandi, var,at nú fóru tey heim aftur, og kanska høvdu summi eingi foreldur, og eg fór nokk ongantíð at síggja tey aftur. Sunnudagur var síðsti dagur í bygdini. Vit høvdu møti í kirkjuni. Jóhan Petur talaði, og vit luttóku við sangi, fortaldu, hvat vit høvdu gjørt í vikuni, nøkur orð um okkum og Føroyar. Vit takkaðu fyri møguleikan, og alt, sum tey høvdu givið okkum. Síðan var tíðin komin at siga endaliga farvæl við Rautel. Vit góvu kirkjuni eina mynd av Føroyum sum minni um okkum. Eisini góvu vit familjum gávu, sum takk, at tey opnaðu teirra heim fyri okkum. Tað var ein dýr løta. Vit søgdu farvæl fyri seinastu ferð og fóru í bussin heim til Chisinau. Men Rautel hevur veruliga eitt serligt pláss í hjartanum hjá

okkum øllum. Hetta var ikki bara eitt upplivilsi, men ein lívsbroyting. Gud hevur lært meg nógv. Sjálvt um vit ikki halda, at tey hava nógv, so signar Gud tey dag um dag. Eg ynski hjartaliga at sleppa aftur til Moldova. Gud hevur byrjað nakað stórt har.


Á vitjan í Rautel OM Moldova) sigur við hana, at vit fegin vilja biðja Gud vera hjá henni, og fortelur henni, at Gud kann hjálpa henni – men hon físur eftir tí og sigur, at nú kann tað gera tað sama. “Eg eri ortodoks, og tað fari eg ikki at broyta nú”, sigur hon. Eftir, at vit hava sagt henni, hvørji vit eru, hví vit eru her og Jóhan Petur hevur biðið eina bøn, siga vit farvæl við Veru, og hon fær 12 føroysk klemm. Kanska er tað langt síðani, at nakar hevur klemma hana, tí tað fær hennara hjarta at blotna, og tárini trilla niður eftir kinnunum. Tað síðsta hon sigur, tá vit fara er “eg fari ongantíð at gloyma, at tit vóru her – takk fyri”

Tað er leygarmorgun, og vit eru troytt eftir eina langa viku, har vit hava tikið lut í eini barnalegu við 150 børnum. Men spent fara vit eisini tíðliga upp hendan morgunin, tí í dag fara vit at vitja fátøk fólk. Fýra hús eru á listanum, og tað fyrsta, vit gera, er at fara til lokala keypmannin at keypa inn – fýra posar av mati, ein posa til hvørt húskið. Eftir Anitu Tausen Vit ganga eina løtu eftir støvtu gøtuni. Vit eru í alt 15 fólk - ein fitt eldri kona frá kommununi er við okkum, og hon snakkar óavbrotið. 12 føroyingar og so tvey frá OM Moldova, sum duga rumenskt. Vit steðga við eitt hús har ein hundur, grísar, hønur og annað livandi tekur ímóti okkum. Vit koma innum, og har situr Vera – 82 ára gomul og klárar ikki at ganga. Tað eru tvey ár, síðani hon seinast var úti og andaði fríska luft í seg. Vera er eitt sindur misnøgd við lívið. Hon hevur upplivað nógva mótgongd, og hon tosar um hvussu alt er broytt í Moldova. Igor (frá

Komin útum portrið aftur, standa vit eitt sindur undrandi yvir hesa fyrstu vitjanina. Vóru á einum máli um, at Vera var misnøgd við lívið, og at henni manglaði Jesus. Vit ganga eitt sindur longur. Tey flestu húsini eru vánalig og lítil. Og tað er einum slíkum húsum vit steðga við aftur. Ein lítil havi og beint uttanfyri húsið liggur Maria í túninum. Stakkals Maria var farin útum hendan morgun at fáa sær fríska luft, men megnaði ikki at koma inn aftur. Maria er samankrøkt, og tá hon gongur, er ryggurin so boygdur, at hon hyggur beint niður. Har lá hon og vónaði og bað eftir, at onkur fór at koma framvið, sum hon kundi rópa eftir at hjálpa sær inn aftur. Tað tekur eina góða løtu at fáa hana inn – men spakuliga, stig fyri stig, kemur hon inn í sítt lítla heim. Hon hyggur upp, og alt fyri eitt síggja vit nakað heilt annað. Maria strálar av gleði og friði. Hon er so rørd av at síggja okkum og byrjar beinavegin at tosa um Gud. Vit syngja fyri Mariu, og hon er soo glað. Tá Igor spyr hana, um tað er okkurt, vit kunnu biðja fyri, sigur hon “at Gud vil taka meg heim. Eg havi livað so


leingi og eri troytt nú og havi so nógva pínu. Eg orki ikki ein kaldan vetur, so eg vil, at Gud skal taka meg heim áðrenn veturin kemur”, sigur hon. Ikki akkurát tað bønarevnið, vit høvdu væntað at hoyrt – men tað kom frá hjartanum. Ein kona, sum hevði livað sítt lív fyri Jesus og var klár at møta Frelsaranum. Aftur og aftur sigur Maria við okkum “elskið hvønn annan, so skal Gud signa tykkara lív” Tað kendist tungt at fara frá Mariu – tað var eins og man ikki vildi

sleppa hesi løtuni saman við eini kvinnu, sum bara hvíldi so nógv í Jesusi. Hon hevði so nógv at geva okkum. Komin útaftur á støvuta vegin, tosaðu vit um hesar báðar vitjanirnar. Vera, sum var meira misnøgd við lívið, og sum manglaði Jesus, og so Maria, sum eisini hevði upplivað nógv hart í sínum lívi, men sum átti Jesus – OG TAÐ GJØRDI ALLAN MUNIN.

Føroyingar við Logos Hope Vit eru sera takksom fyri tær 15 túsund krónunar sum komu inn til Moldova túrin og tær mongu leikur vit fingu við okkum frá handlum og banka. Leikurnar vóru til sera stóra gleði fyri børnini. Peningurin var nýttur til leikur og tilfar til leguna, mat til tey vit vitjaðu, gjald fyri leguútreiðlunar fyri børnini, stuðul til moldovsku toymisleiðarnir og samkomuna í Rautel. Takk til tykkum øll sum stuðlaðu. Ynskir tú at stuðla arbeiðinum í Moldova, kanst tú flyta pening til konto 9181-426.219.2 og viðmerkja Moldova.

Ígjøgnum árini hava nógvir føroyingar verið við øllum skipunum hjá OM. Í løtuni eru fimm føroyingar við Logos Hope, og tey eru familjan Jacobina og Hjalmar Andreasen við børnunum Theodor og Rana og eisini ungi fuglfirðingurin Dávid Petersen. Vit ynskja, at nógvir føroyingar framyvir skulu verða virknir við skipatænastuni hjá OM. Tað kann bæði gerast við at fara við sjálvur ella at stuðla fíggjarliga og við bøn. Stuðul til skipatænastuna hjá OM kann latast á kontu í Eik nr. 9181-426.219.2 (viðmerk, hvat stuðulin verður latin til).

nr. 3 - 2013

13


Hvar blivu gomlu skipini av OM hevur gjøgnum tíðirnar havt fýra skip: Logos, Doulos, Logos II og Logos Hope. Onkur spyr kanska, hvar tey gomlu OM skipini blivu av, og vit skulu tí stutt hyggja at søguni hjá øllum OM skipunum. LOGOS Fyrsta skipið hjá OM bleiv keypt í 1970 og fekk navnið Logos. OM átti skipið í 17 ár, og hetta tíðarskeiðið sigldi skipið til 250 havnir í 102 londum, og uml. 7,5 mió. fólk vitjaðu umborð. Í 1988 sigldi Logos á land í ódnarveðri millum Argentina og Chile. Eingin av manningini kom til skaða, men skipið gjørdist vrak. Vrakið av Logos er enn at síggja á vanlukkustaðnum.

DOULOS Í 1977 keypti OM eitt elligamalt skip, sum fekk navnið Doulos. Skipið varð bygt í 1914, og meðan OM átti skipið, var tað leingi elsta siglandi skipið í heiminum. OM átti Doulos í 23 ár, og hetta tíðarskeiðið sigldi skipið til 603 havnir í 102 londum, og næstan 22 mió. fólk vitjaðu umborð. Í 2010 keypti ein fyritøka í Singapore skipið og gav tí navnið Doulos Phos. Skipið hevur higartil ligið í Singapore, har nýggju eigararnir hava arbeitt við ætlanum um at renovera og varðveita skipið sum museum og hotel. Sum skilst, er Doulos Phos tó júst flutt úr Singapore, og eftir øllum at døma skal skipið nú leggjast í Bintan í Indonesia sum partur av eini størri hotelketu.

14

www.om.fo


LOGOS II Triðja skipið hjá OM var sponsk ferja, sum bleiv keypt í 1988 og fekk navnið Logos II. OM átti Logos II fram til 2008, og hesi 20 árini vitjaði skipið 350 havnir í 82 londum, og meir enn 10 mió. fólk vitjaðu umborð. Í 2008 var Logos II í so ringum standi, at avgjørt varð at leggja tað. Skipið bleiv tí selt og síðani upphøgt.

LOGOS HOPE Í 2004 keypti OM gomlu Norrønu, sum fekk navnið Logos Hope. Skipið fór í sigling sum OM skip í 2009, og hesi fimm árini hevur Logos Hope vitjað 74 havnir í 45 londum, og 3 mió. fólk hava vitjað umborð.

Logos Hope í Malaysia Í juli mánaði var Logos Hope í býnum Kuching í Malaysia tvey ár aftaná seinastu vitjanina. Manningin luttók í ymsum hjálparátøkum í økinum við býin og longur burturi. Eitt lið fór m.a. yvirum markið til Indonesia við nøkrum vatnreinsiverkum at seta upp har, so fólkið á staðnum kundi fáa reint drekkivatn. Eisini høvdu tey pakkar við blýantum og aðrari skúlaútgerð at geva skúlabørnum. Fátækradømi er ein stórur trupulleiki í landinum, og nøkur av manningini á Logos Hope hjálptu til við átøkum, sum longu eru á staðnum, at upplæra fólkið, so tey kunnu dyrka jørðina ella finna annað arbeiði, og nr. 3 - 2013

harvið breyðføða seg sjálvi og familjuna. 71.497 fólk vitjaðu umborð á Logos Hope í Kuching, og 38.857 bøkur vórðu seldar.

Ferðaætlan Seinastu vikurnar hevur Logos Hope ligið í Colombo á Sri Lanka. Skipið fer úr Sri Lanka síðst í september, og komandi tríggjar mánaðirnar vitjar Logos Hope býir í Oman, Qatar, Barain og Arabisku Emiratunum. Latið okkum biðja fyri manningini á Logos Hope, at Gud skal geva teimum orku og vísdóm í verkinum. 15


orld w r u o g n i Transform 2014 > . n a j . 2 3 1 28. des. 20 > í Týsklandi an 3rd Europesion Congress > Youth Mis

www.Mission-Net.org


OM Føroyar - nr. 3 2013