Page 1

broytir lív og samfeløg 3. útgáva 2012

3600 fólk á TeenStreet 205 FØROYINGAR VÓRU VIÐ

síða 8 - 11

PETER MAIDEN

TIL FØROYA AT UNDIRVÍSA

síða 6 - 7


síða 6 - 7

Peter Maiden OM leiðari

Eg eri spentur til mína allarfyrstu vitjan í Føroyum, sum verður saman við konu míni, Win. Trúliga er stuðul komin frá hesum oyggjum til tænastu okkara gjøgnum árini. Eg síggi fram til at sleppa at siga samkomum og kirkjum takk fyri tykkara trúfasta stuðul og gleði meg eisini til at siga frá øllum tí, sum Gud virkar kring allan heim.

Landsleiðarar: Anita & Oddmar Tausen Nevnd: Absalon Áargarð (formaður) Maja Jakobsen (næstforkvinna) Heri Kjærbo Jóhan Petur Johannesen Margith Latupeirissa Útgevari: OM Føroyar Postboks 157, 610 Saltangará Tlf. 219923/296079 teldupost: info.fo@om.org www.om.fo

OM Føroyar er partur av altjóða felagsskapinum Operation Mobilisation, sum hevur umleið 6100 trúboðarar í yvir 95 londum og virkar í yvir 100 londum. Kontonr.: Eik Banki, 9181 - 426.219.2 Redaktión: Blaðnevnd: Anita Tausen & Absalon Áargarð Sniðgeving og layout: Pól Andrias Larsen Rættlesing: Erla Berghamar Prent: Føroyaprent Myndir: OM International, Pauli Djurholm og privatar myndir


Saman í Kristi Fullvísur sum eg eri í tí, at Hann, sum byrjaði í tykkum góðan gerning, vil fullføra hann alt til Jesu Krists dag. Filippibrævið 1: 6 Tá ið Paulus skrivaði hetta brævið til tey í Filippi, var hann fullvísur um, at Guð var í ferð við at gera nakað stórt og gott. Vónandi kunnu vit siga tað sama í dag. Tað eru mong í okkara landi, ið játta Jesus sum Harra og Frelsara, og er tað hann, ið virkar í okkum og ígjøgnum okkum. Men tað er sera umráðandi, at øll vit, ið loyva Jesusi at virka í okkara lívi, kenna okkara andaligu ábyrgd av okkara landi og av teimum londum, har Guð hevur sent fólk at virka fyri seg. Tí er tað okkara bøn og ynski í OM, at vit virka fyri áhaldandi trúboðan heima og úti, at vit framhaldandi kunnu vera ein hjálp fyri kirkjur og samkomur, at vit kunnu standa saman sum ein herur og hjálpa við teimum tingum, har vit sum felagsskapur hava vitan og førleika. Eg vil at enda heita á tykkum øll, ið hava fingið hetta blaðið, at tit vera í bøn fyri okkara landi, fyri teimum, ið eru sett at ráða, bæði andaliga og tímiliga, so at Jesus fær virkað í okkum sum land og fólk. Eg veit, at tað eru mong við mær, ið hava ein dreym og eina bøn um, at vit verða ein tjóð, ið sendir øll tey út, ið kenna eitt kall at fara í onnur lond við evangeliinum. Tað hendir ikki, um tað ikki eru fólk, ið vilja fara, og at tað eru fólk, ið biðja og stuðla. Vil samstundis nýta høvið at takka tykkum, ið hava tikið lut í hesum verki, tykkum, ið hava verið úti, tykkum, ið hava biðið, og tykkum, ið hava stuðlað fíggjarliga. Jóhan Petur Johannesen. nr. 3 - 2012

3


Við Transform í Grikkalandi

Meira enn 1000 fólk úr 12 londum um Miðalhavið hoyrdu í summar gleðiboðskapin um Jesus, kanska fyri fyrstu ferð. Ímillum tey 30 londini, sum vóru umboðað á Transform í ár, vóru eisini føroysku hjúnini Marita og Ásbjørn Viderø Jøkladal. Tey greiða her frá sínum upplivingum av Transform 2012. Í summar vóru vit bæði við OM Transform. Í stuttum er tað ein lega, har vit fyrst vóru í Rom til eina ráðstevnu, og síðani vórðu øll send út í liðum til lond runt um Miðalhavið. Vit fóru til Grikkalands. BYRJAÐU Í ROM Ráðstevnan í Rom vardi í 5 dagar. Tað var stuttligt at møta øðrum trúgvandi fólki úr øllum heiminum, og tilbiðjanarløturnar vóru super góðar. Tað var ordiliga spennandi og rørandi at hoyra søguna hjá Gary Witherall, stovnaranum av Transform, og eisini var tað uppmuntrandi millum annað at hoyra, hvussu Gud virkar í Algeria, og at evangeliið hevur framgongd har. TIL GRIKKALANDS Aftan á ráðstevnuna í Rom fóru vit so til Grikkalands. Vit vóru í Aten í 10 dagar, har 4

vit búðu mitt í býnum - beint við Akropolis. Tað var nokkso feitt at síggja Akropolis hvønn morgun, tá vit fóru frá húsum, og um kvøldi við øllum ljósunum, tá vit komu heim aftur. Á liðnum vóru vit 14 luttakarar umframt leiðararnar, og samanlagt vóru vit úr 9 ymiskum londum. Tað var gott at koma at kenna fólkini á liðnum væl. Hóast vit vóru úr nógvum londum, var tað gott samanhald og góður stemningur á liðnum. Alla tíðina løgdu leiðararnir dent á, at vit skuldu hugna okkum saman og hava tað stuttligt, meðan vit tæntu Harranum saman. YMSAR UPPGÁVUR Dagarnir í Grikkalandi høvdu eitt sindur av hvørjum at bjóða. Vit vóru ein partur av ymiskum arbeiði í Aten - bæði tí, sum leiðararnir hjá okkum longu vóru í gongd við, og eisini onkrum øðrum verkætlanum www.om.fo


í býnum. Vit tæntu millum annað í økinum Kypseli, har vit málaðu eitt spælipláss. Hetta er eitt øki, har fólk úr nógvum ymiskum londum búgva, og OM í Grikkalandi ætlar at byrja arbeiði á staðnum. Borgarstjórin í Aten vildi vísa sítt takksemi fyri ómakin, so øll á liðnum fingu hvør sítt certifikat frá borgarstjóranum - tað er eitt nokkso stuttligt og sjáldsamt souvenir at hava við heim úr Grikkalandi.

samskifta við tey, men kortini komu fleiri góð prát burturúr. Vit hjálptu eisini við at gera reint á einum ungdómssentri, og harumframt hjálptu vit til á einum eldraheimi/ legustaði. Um vikuskifti vóru vit um kvøldi úti við einum amerikanskum liði, sum hevði lovsongskonsertir í opnum parkum, og har tosaðu vit við nógv fólk og høvdu eisini møguleikan at býta bíbliur út. SERA LÆRURÍKT Annars hugnaðu vit okkum saman við liðnum um kvøldarnar, og vit fingu góðan grikskan mat. Vit lærdu eisini grikskan dans - tað var sera stuttligt. Vit høvdu nógv góð prát og bóðu saman, og øll fingu møguleikan ígjøgnum vikuna at siga sín vitnisburð.

Ein av samkomunum í býnum hevur eina “feeding ministry”-tænastu, har vit eisini hjálptu til. Her kunnu fátæk fólk koma at fáa ein bita, og onkuntíð er eisini møguligt hjá teimum at fáa klæðir. Her høvdu vit møguleikan at tosa við fólkini. Ikki øll dugdu enskt, og viðhvørt var tað trupult at nr. 3 - 2012

Túrurin var ordiliga læruríkur. Í Grikkalandi sóu vit eina heilt aðra mentan og heilt aðrar umstøður, enn vit eru von við. Tað var gott at uppliva, hvussu Gud kann brúka okkum. Tað var eisini ótrúliga uppbyggjandi at møta øllum á liðnum - at vita, at vit hava brøður og systrar aðrastaðni frá, og at læra av teirra móti og trúgv. 5


Peter Maiden til Føroyar Fráfarandi altjóða leiðarin fyri OM, Peter Maiden, er ættaður úr Carlisle í Norðuronglandi, ikki langt frá Keswick og the Cumbrian Lake District (eitt sera nátturuvakurt umráði). Síðani 1971 hevur hann verið giftur við Win, sum er úr sama umráði, og tey hittust longu sum tannáringar. Bæði vuksu upp í evangeliskt kristnum kirkjum – Peter í brøðrasamkomuni og Win í nasarearakirkjuni. Í 70’unum var Peter sera virkin sum bíbliuundirvísari, og hesa tíðina vaks Maiden familjan eisini við børnunum Becky, Tim og Dan. Peter og Win fóru við OM í 1974, og tey tóku við leiðsluni av enska partinum av OM. Í 1985 heitti George Verwer á Peter um at hjálpa sær við altjóða leiðsluni av OM. Hetta gjørdi hann fram til 2003, tá hann tók við sum altjóða leiðari av OM, eftir at George Verwer tók seg aftur.

Áhugamál uttan fyri OM Peter Maiden fer nú at gevast í tænastuni sum altjóða leiðari fyri OM, men hann heldur fram sum nevndarlimur í Keswick Ministries og í the Global Board of Biblica. Umframt hetta hevur Peter eisini nógv at at gera við bíbliuundirvísing kring alt Bretland og í fleiri øðrum londum. Og so er hann eisini ein rættiligur bókormur. Til fyri nøkrum fáum árum síðani gjørdi Peter nógv við at renna langar teinar, men hesum mátti hann tó gevast við vegna ein knæskaða. Í staðin venur hann nú regluliga í venjingarhølum, og eisini er hann farin at súkkla langar teinar. Hann súkklaði m.a. 6

www.om.fo


ein stuðulstúr úr sunnasta enda í Onglandi (Lands End) heilt norður til norðasta plássið í Skotlandi (John O’Groats), sum er ein umleið 1600 km langur teinur. Konan Win hevur sína stóru gleði í teirra átta barnabørnum. Hon er tiltikin fyri sítt gestablídni og fyri sítt tænaralyndi, og henni dámar sera væl gongutúrarnar saman við Peter í náttúruni. Eisini dámar henni, tá tey bæði fara ein túr inn á sína yndiskaffistovu.

Heilsan frá Peter Maiden Eg eri spentur til mína allarfyrstu vitjan í Føroyum, sum verður saman við konu míni Win. Trúliga er stuðul komin frá hesum oyggjum til tænastu okkara gjøgnum árini. Eg síggi fram til at sleppa at siga samkomum og kirkjum takk fyri tykkara trúfasta stuðul og gleði meg eisini til at siga frá øllum tí, sum Gud virkar kring allan heim. Í starvi mínum ferðist eg sera nógv, eg síggi nógv av tí, sum Gud ger, og tað verður stórt at sleppa at greiða frá verki Guds kring heimin. Eg njóti at undirvísa úr Bíbliuni, og eg síggi við spenningi fram móti møguleikum at hava bíbliuundirvísing á vitjan míni. Hetta eru bergtakandi dagar innan trúboðan, nú samkomur og kirkjur vaksa skjótari kring heimin, enn nakrantíð fyrr er hent í søguni. Hetta eru áhugaverdir og spennandi dagar í OM, tí um 12 mánaðir fari eg at gevast í hesi tænastuni, og broytingartilgongdin er longu byrjað. Tað verður gott at greiða tykkum nærri frá hesi tilgongdini.

Klaskvíksvegur 77, 700 Klaksvík tel. 45 55 22 Tpost. numero@numero.fo

Peter Maiden í Føroyum 1. - 4. november Í sambandi við føroyavitjanina hjá Peter Maiden verða ymisk tiltøk í Havn: • Hóskvøldið 1. nov. kl. 20 Bønarkvøld í OM-stíli í Oasuni • Fríggjakvøldið 2. nov. kl. 21 Ungdómsmøti í Dansifrøi • Leygardagin 3. nov. kl. 10 – 14 Ráðstevna í Dansifrøi (tekning krevst) • Leygardagin 3. nov. kl. 20 Møti í Dansifrøi • Sunnudagin 4. nov. kl. 11 Møti í Ebenezer • Sunnudagin 4. nov. kl. 18 Møti í Meinigheitshúsinum

Eg gleði meg at hava samfelag við tykkum og at tæna millum tykkara. Guds signing.

Sí lýsing aftast í blaðnum

Peter Maiden

Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltøkini.

nr. 3 - 2012

7


TeenStreet 2012 í Oldenburg

Myndin er tikin úr einum flogfari, meðan allir luttakararnir á TeenStreet 2012 standa í TeenStreet-skapið 8

www.om.fo


3600 fólk vóru á TeenStreet í Týsklandi í summar, sum var TeenStreet nr. 20. Ferðaliðið úr Føroyum taldi í ár 208 fólk, harav tríggir fjórðingar vóru ungfólk. Evnið var NEWSONG40, bygt út frá Sálmi 40, og var fokus nógv á, hvat okkara gamli sangur er, sum ikki er góður fyri okkara andaliga lív, og at finna tann nýggja sangin, sum Gud hevur til okkara. Eitt sera viðkomandi evni fyri bæði ung og vaksin, og var tað bygt upp á ein fantastiska áhugaverdan máta. Veðrið í Oldenburg var skiftandi – vit høvdu heitar sóldagar, men eisini meira føroyskar dagar. Økið í Oldenburg er mest innandura, og tí bar tað væl til at hugna sær, óansæð veður og vind – og tað má sigast, at vit øll gjørdu.

TeenStreet 2013 / 365 Hvussu kunnu vit betur hjálpa teimum ungu, so TeenStreet ikki bara er eitt 7 daga upplivilsi, men ein andalig hjálp árið runt? Hendan spurningin hava vit sett okkum í fleiri ár. Til TeenStreet 2013 ætla vit at leggja upp til nakrar broytingar, sum kunnu svara júst hesum spurninginum. Vanliga mannagongdin hevur higartil verið, at tey ungu melda seg til hvør í sínum lagi, og so royna vit at finna leiðarar til liðini. Hetta er ofta trupult, tí tað ger, at liðini verða sett ójavnt saman, og at leiðarin ikki altíð kennir sítt lið og heldur ikki gongur í somu samkomu sum tey ungu. Vit ætla í 2013 at leggja upp til, at ungdómsleiðarar og samkomuleiðarar hjálpa teimum ungu í sínari samkomu at gera lið og hava ein leiðara úr samkomuni, sum kann brúka tíð saman við teimum bæði áðrenn og aftan á TeenStreet. Upplagt er, at bíbliubólkar o.t. fara avstað saman. Sjálvsagt er tað ikki møguligt hjá øllum at tekna seg sum bólkur, tí summar samkomur eru smáar, og tískil er tað ikki so stórur bólkur, sum fer á TeenStreet. Tey eru sjálvsagt eisini nr. 3 - 2012

vælkomin á TeenStreet, og fara vit at gera alt fyri at finna leiðarar til teirra. Tilmeldingin til TeenStreet byrjar í januar fyri lið og í februar fyri einstaklingar. TeenStreet 2013 er frá 27. juli til 3. august. TeenStreet ferðaliðið fer væntandi úr Føroyum 26. juli.

Gávukort TeenStreet 2013 verður í Offenburg – tað fantastiska staðið við góða útiøkinum. Tað er kostnaðarmikið at fara á TeenStreet, og tí geva vit møguleikan at keypa gávukort alt árið. Tað eru nógvir hátíðardagar, har ein fær gávur, so hví ikki ynskja sær eitt gávukort frá TeenStreet. Far inn á heimasíðuna www.teenstreet.fo og bílegg eitt gávukort. Tá ið gávukortið er goldið, verður tað sent við posti, telduposti, ella tit kunnu avheinta tað. Tit velja sjálvi krónuvirðið á gávukortinum. TeenStreet legan kostar væntandi 1950 kr. Ferðaprísin vita vit ikki enn. 9


Noomi á TeenStreet 2012 eri, og ikki mátti hugsa so nógv um at eftirapa mær eftir nøkrum øðrum; har vóru so nógv ymisk fólk úr ymiskum kristnum ættum og úr ymiskum londum, men tó at vit øll vóru so ymisk, so vóru vit faktiskt líka, vit stóðu fyri tí sama og vóru einig í øllum førum í einum: Tað, at Jesus doyði á krossinum fyri hvønn einstakan, og at Hann elskar okkum fram um alt á jørð. Noomi Nielsen úr Skopun mitt á myndini. Turið Højgaard vinstru, Hansa Maria Winther høgru

Eg eiti Noomi, eri 16 ára gomul, og í ár frá 28. juli til 4. august var eg á kulastu leguni nakrantíð, nemliga TeenStreet! HVÍ VALDI TÚ AT FARA Á TEENSTREET? Eg hevði hoyrt nógv gott um tað frá vinkonum, og eftir at havað hugt at nøkrum filmum frá í fjør helt eg, at tað ljóðaði sera spennandi. HVAT DÁMDI TÆR EVNIÐ NEWSONG40? Mær dámdi tað sera væl, tað fekk teg at hugsa um nógv ting, ið tú kanska ikki áður hevði hugsað um; sum t.d.: Havi eg yvirhøvur funnið mín nýggja sang? Og tað tók eisini tíð at skilja, hvat tað alt handlaði um. Tað setti ordiliga okkurt í gongd í mínum høvdi, og eg slapp ígjøgnum leguna at skilja, hvussu nógv Gud faktiskt elskar meg. Tí at tað ger Hann, og tað einasta, Hann ynskir frá okkum, er at vit elska Hann aftur. HVAT VAR BEST VIÐ TEENSTREET? Eg haldi, at tað er nakað ringt at siga, hvat var allarbest, men mær dámdi millum annað sera væl løturnar í MainHall, bæði ThroneRoom og bíbliutímarnar. Og RAG Race dámdi mær eisini sera væl, tað var so stuttligt, og øll vóru so glað og uppmuntrandi. Eitt, sum eg persónliga eisini føldi sermerkti TeenStreet, var tað, at eg kundi vera tann, eg 10

HVAT VAR KANSKA IKKI SO GOTT? Ehmm.. Also eg helt, at reglurnar vóru góðar, men í onkrum sambandið helt eg, at tey kundu roynt at skilt støðuna eitt sindur betur. UM TÚ SKALT EGGJA EINARI VINKONU AT KOMA Á TEENSTREET, HVAT SIGUR TÚ SO VIÐ HANA? Eg haldi, at eg sigi bara akkurát tað, ið eg havi sagt her, hvussu veruliga gott og uppbyggjandi tað er. Og ja, heilt sikkurt stuttligt!! Tað at tú kemur at kenna so nógv fólk úr ymskum londum. Tú knýtir føst vinabond sum ongantíð fyrr. HEVUR TEENSTREET ÁVIRKAÐ TEG NAKAÐ, SÍÐANI TÚ KOMST HEIMAFTUR? Ja, heilt sikkurt! Eg havi sett mær nøkur serlig mál, og eg síggi nógv betur upp á tingini. Eg havi nógv betri hug til at fara á møti, lesa í bíbliuni og annars at vera ein kristin ungdómur. Eg síggi loysnir, tá ið eg fái trupulleikar, og tosi tá bert við Jesus. ÆTLAR TÚ TÆR AFTUR Á TEENSTREET? Heilt 100% sikkurt! um tað ikki verður næsta ár (tað vóni eg tó), so verður tað heilt sikkurt eina aðruferð.

www.om.fo


Heri Kjærbro á TeenStreet 2012 Teenstreet … stilt eina løtu, men so ... jú avgjørt! Tað besta kristna tiltakið, eg nakrantíð havi verið á. Alt – og eg meini ALT – eydnaðist, soleiðis kendi eg tað. Góður felagsskapur, góður tónleikur, góður aktivitetur til øll tey ymisku fólkini og so ikki at gloyma ein sera góður boðskapur, sum setti Gud í sentrum. Vit fingu eitt møti við Gud! Á ein erligan og sera góðan máta varð orðið boðað, so at tey, sum hoyrdu, fingu sæð Guds kærleika og okkara egnu syndarligu støðu uttan Jesus Kristus. Fleiri hundrað nýttu høvið at gera upp við Gud og byrja av nýggjum. Tey, sum komu við einum gomlum sangi ella lívi, fingu lagt ein nýggjan song í munnin og kunnu nú liva eitt nýtt lív! So sera gott! 3.600 kristin fólk vóru samlað á einum størri øki, har alt fór fram. Hevði heimurin sæð, so høvdu tey nokk havt størri virðing fyri Kristusi, sum onkur hevði á orði. Fyrimyndarlig ung, sum dugdu at njóta ein felagsskap, har tey valdu at hjálpa hvør øðrum og hava tað gott saman hóast ymiskleika við mál og mentan. Tey gott 200 úr Føroyum vóru fyrimyndarlig at uppliva. Eg kendi eina stóra gleði í mær hesar dagar og nú aftaná í gerandisdegnum gleðist eg enn. Hetta var eitt serligt upplivilsi, har mítt hjarta er fylt við takksemi fyri, at Gud virkar enn í Evropa, hóast tað kann tykjast myrkt andaliga. Teenstreet er eitt gudgivið konsept – eingin ivi um tað. Eg møtti menniskjum, sum vístu kærleika, og sjálvt um tey av og á høvdu meira at gera, enn gott er, so var altíð yvirskot at vísa kærleika, virðing og geva eina útrættað hond.

nr. 3 - 2012

Heri og Malan saman við umsetingartoyminum

Eg veit, hetta ljóðar næsta ov gott. Men tað var soleiðis, mítt fyrsta møti við Teenstreet varð. Eg hevði ynskt, at so nógv sum gjørligt kundu upplivað Teenstreet.

Oyruni á fartelefonina

11


OM Svøríki

NÝGGJAR TÍÐIR OM-toymið í Svøríki var fyri fáum árum síðani einans samansett av svium, men í dag eru tey eitt stórt toymi við fólki úr Taiwan, Suðurkorea, Somalia, Suðurafrika, Pakistan, Barbados v.m. Kirkjur og samkomur á sunnara parti av

Á frítíðarmiðstøðini Underground koma hvørt vikuskifti einir 80 unglingar, sum ongantíð í lívinum hava verið inni í nakrari kirkju. Nógv av teimum eru muslimar, og virka verður langfreistað bæði á frítíðarmiðstøðini og úti í grannalagnum fyri at vinna teirra álit, so tey

jarðarklótuni biðja og senda út verkafólk til Europa. Sum aftursvar til hetta menna tey í løtuni venjingarátakið DisTincT, sum varir undir eitt ár. Luttakararnir fáa lærisveinavenjing, mentanarfatan og undirvísing í svenskum, samstundis sum tey virka í einum toymi í íbúðarøkinum Råslätt í Jönköping. Komandi fimm árini vænta tey at upplæra nógv altjóða verkafólk til at virka í Svøríki og aðrastaðni í Europa.

vilja lurta.

NÓGVAR TJÓÐIR UMBOÐAÐAR Í Råslätt búgva fólk úr 50 ymsum londum, og nógv teirra hava røtur í Miðeystri. Virkað verður á nógvan ymsan hátt at bera teimum evangeliið við orðum og verkum. Hetta fer fram í samstarvi við samkomu í økinum.

Samkoman rekur ein endurnýtsluhandil, og har gjørdi eitt av OM-liðunum í 2011 savningarstaðið Hörnet (Hornið). Og har, mitt í býnum, koma fólk inn til ein kaffimunn og eitt prát, og sambond verða bygdar upp, sum røkka tvørtur um mál og mentan. Nógv

12

www.om.fo


arbeiðsleys búgva í umráðnum, og tey kenna seg útistoytti úr samfelagnum og hava als einki natúrligt samband við svenskarar.

SAMSTUNDIS finnast meira enn 6900 ónáddir fólkabólkar kring heimin við menniskjum, sum aldri hava havt møguleikan at hoyra evangeliið. Menniskju sum hava stóran tørv á,

SØGULIG TÍÐ FYRI SOMALIARAR 19 milliónir somaliarar eru í øllum heiminum, og av teimum býr umleið helmingurin uttan fyri Somaila, tí í landinum valdar borgarakrígg og hungursneyð. 40.000 somaliarar búgva í Svøríki. Arbeitt verður við at finna ymsar aðrar hættir at røkka somaliarum við evangeliinum. Internetið er eitt týdningarmikið amboð bæði til evangelisering, uppfylging og netverk. Í løtuni hava tey samband við 15 trúgvandi somaliarar í Svøríki, og arbeitt verður við at fyrireika triðju summarstevnuna, har meira enn 35 somaliarar úr norðara parti av Europa koma saman um summarið. Roynt verður á ymsan hátt at lýsa Guds uppsøkjandi kærleika.

at vit biðja, geva, senda og fara um øll mørk samlað sum Guds fólk. Uppgávan at boða evangeliið til heimsins enda er ikki fullførd. Vit mugu satsa meira enn nakrantíð uppá at motivera og brynja ung ættarlið fyri missión millum tey, sum ongantíð hava hoyrt, kent ella sæð evangeliið. Her er TeenStreet eitt týdningarmikið átak at menna lærisveinar, sum vaksa í sínum lívi saman við Jesusi og mennast í at endurspegla Hann í sínum heimi og umstøðum. Samstundis síggja vit týdningin av at geva tannáringum altjóða royndir tvørtur um mál og mentan. Á páskum sendir OM Svøríki ein bólk við um 60 ungum á eina missiónsferð til Rumenia, Moldavia, Turkaland og Jordan.

SAMKOMUPLANTING Svøríki hevur brúk fyri nýggjum samkomum. Við serligum denti á fleirmentanarligu bústaðarøkini er OM Svøríki við til at planta samkomur saman við svenskum samstarvsfólki. Komandi árini fara fleiri samkomugrundandi toymi til verka á strategiskum umráðum. Tvey av hesum toymum eru longu virkin. Í Bergsjön uttan fyri Göteborg búgva 15000 fólk, og hava tey røtur úr meira enn 100 ymiskum londum. Arbeitt verður við at uppbyggja eina altjóða samkomu, sum endurspeglar fjølbroytnið og ymiskleikarnar av fólki og tungumálum, sum finnast í býlinginum. Serliga nógvir muslimar eru í Uppsala norðan fyri Stockholm. Her verður arbeitt við at stovna eitt samkomugrundað netverk millum muslimar í Svøríki. EVANGELIIÐ TIL ØLL FÓLK Europa er veruliga ein missiónsmark. Tí verður størri dentur enn fyrr lagdur á arbeiðið heima. nr. 3 - 2012

Nýútbúna toymið In.Motin ferðast til samkomur, bíbliuskúlar og ráðstevnur at eggja og undirvísa í lærisveinaskapi og missión. Hetta er eitt altjóða toymi við ungfólkum, sum hava royndir við at arbeiða við OM kring allan heim. Gjøgnum árið fer toymið at standa fyri missiónstúrum ymsastaðni í heiminum. Komandi fimm árini satsar OM Svøríki altso bæði upp á HER HEIMA og HAR ÚTI – samstundis. Vit liva í eini avbjóðandi tíð, men Guds ríki er har. Einki kann vera størri enn at sleppa at vera ein lítil partur av Guds stóru ætlan fyri at endurbyggja lív og samfelag. 13


Tíðindi frá Logos Hope

Føroyingar við Logos Hope

Logos Hope skuldi eftir ætlan langt síðani verið farið aftur til verka, men umvælingin í Subic Bay dregur út, og væntandi kunnu teir fara at sigla aftur um miðjan november, tá leiðin gongur til Hong Kong.

Dánial Petur Abrahamsen úr Fuglafirði er farin umborð á Logos Hope. Hann hevur fyribils bundið seg til at vera umborð í 3 mánaðir, men er opin fyri møguleikanum at vera longur. Latið okkum biðja fyri, at hann fer at trívast umborð og kann verða til stóra hjálp og signing.

Sera stórt arbeiði er gjørt, og hóast umvælingarnar hava tikið drúgvari tíð enn ætlað, so eru tey takksom fyri alt, ið er gjørt. Tey, sum eru við Logos Hope hesa tíðina, arbeiða saman við samkomum á staðnum við evangelisering og hjálpararbeiði. Power Up verkætlanin, sum skuldi fara í gongd í apríl 2013, er útsett til 2014 fyri at fáa meira tíð at arbeiða við projektering og at savna pening. Hetta verður eisini gjørt, fyri at tey, sum komu umborð nú í februar og september, fáa meira tíð umborð, áðrenn skipið aftur fer í dokk. Tørvur er á elektrikarum, rørleggjarum o.t. hesa síðstu tíðina, skipið er til umvælingar. Áhugað kunnu venda sær til OM Føroyar. Tørvur er á bøn og fíggjarligum stuðli. Vilt tú stuðla Power Up projektið, kann tað gerast við at flyta pening á kontu í Eik Banka, 9181426.219.2, og viðmerkja Power Up.

14

Hjalmar, Jakobina og Theodor hava nú verið heima síðani í mai. Ætlanin var, at tey øll trý skuldu fara umborð, eftir at Jakobina hevur átt í november, men tíverri er eingin familjukabina tøk umborð. Væntandi fer Hjalmar yvir í januar, so hann kann fáa siglingstíð teir mánaðirnar, sum honum manglar. Eftir hetta verður vónandi møguligt hjá teimum at fara avstað øll fýra. Latið okkum biðja fyri teimum í hesum skiftandi tíðunum. www.om.fo


Stuðul

Gerist limur í OM

Endamálið við hesum blaði er at kunna um arbeiðið hjá OM og varpa ljós á missión og tey, sum eru farin út á missiónsmarkina. Tað hevur stóran týdning, at hetta verk verður hildið uppi við bøn. Tørvur er eisini á fíggjarligum stuðli fyri at halda verkið gangandi og at senda fleiri fólk út í missión.

Gerst limur í OM Føroyum

Vilt tú stuðla OM Føroyar, kann peningur flytast á kt. 9181-426.219.2. Um tú vilt, at stuðulin skal fara til ávíst endamál ella ávísan persón, vinarliga viðmerk hetta á flytingini.

www.sna.fo

Fyri einans kr. 150 (einstaklingar) ella kr. 200 (pør) árliga kanst tú gerast limur í OM Føroyum og harvið stuðla arbeiðið at senda fólk út í missión. Harafturat fært tú OM blaðið sendandi 4 ferðir árliga og fært bjóðað ymisk limatilboð, eitt nú til fyrilesturin hjá Peter Maiden 3. november (les meira á síðu ??) Tað er einfalt at tekna seg sum lim í OM Føroyum. Flyt peningin á kt. 9181426.219.2, viðmerk ”limagjald” og upplýs teldupostadressu og telefonnummar.

Klaskvíksvegur 77, 700 Klaksvík tel. 45 55 22 Tpost. fobok@olivant.fo

TÓRSHAVNAR

MASKINHANDIL Varðagøta 29-30 FO-100 Tórshavn Tlf.: 31 34 42

Tel 47 78 00 nr. 3 - 2012

Vit eru einaumboð av Kärcher trýstspularum til ídnaðin

15


MISSIÓN OG LEIÐSLA PETER MAIDEN, ALTJÓÐA OM LEIÐARIN VITJAR Í FØROYUM 1.- 4. NOVEMBER SKRÁ Hóskvøld kl.20.00 í Oasuni......................................Bønarkvøld: týdningurin av bøn Fríggjakvøld kl.21.00 í Dansifrøi...................Ungdómstiltak Leygardag kl.10.00 - 16.00 í Dansifrøi..........Seminar um missión og leiðslu* - tekning á www.om.fo Leygarkvøld kl.20.00 í Dansifrøi...................OM møti fyri allar aldursbólkar Sunnudag kl.11.00 í Ebenezer........................Møti Sunnudag kl.18.00 í Meinigheitshúsinum..... Møti PRÍSUR Ráðstevna leygardagin kl. 10 - 16 kr. 450, íroknað mat (kr. 300 fyri limir). Tað er møguligt at tekna seg sum lim við tilmelding og harvið fáa ráðstevnuna fyri limaprís. Limagjald er 150 kr. um árið. ANNAÐ Innsavnan verður á møtunum fríggja- og leygarkvøld gí

003 4 o 2 n, 7 9 1 n íða ara í OM s ri eftir stovn t n æ t r a evu leið aiden h altjóða OMM r e t Pe um n við s n a h og k ó t irvísari t rwer. d e n V u e r g u t r Geo irspurd « og »Tak mí t f e v g ship in nó en er e nar »Discipel d i a M ur Peter að bøk v i r k s ifti: r .00 orðask 6 hevu r 1 u ð r 0 e iv 10.0

kl. eisin ardagin g leiðslu, og g y e l a tevn ión o * Ráðs rður um miss ag fyri e v missión ri missión í d i Tosað r y f n i globala heimild ir bilska g leikluturin í í b framyv r e t in o missión d • Hva i r g r y f y b u r er á inum urðar e • Hvør turheim gar og opnar h s e v í r kirkju ák, avbjóðin r • Hvørji

OM Føroyar - nr. 3 2012  

Føroyska OM blaðið nr. 3, 2012

Read more
Read more
Similar to
Popular now
Just for you