Page 1

Nr. 12 - 2017

ISSN: 1602-5652

UNG VELJA ÚTOYGGJ RÆNING Í SKÚGVI 1000 FÆRRI Á ÚTOYGGJ

100 ÁR MILLUM OYGGJARNAR TEY YNSKJA FERÐAVINNU

BYGDIN

EIGUR HANDILIN

ÚTOYGGJAFELAGIÐ


Betri tá tú ferðast Bláa kortið Tvey gjaldskort Ferðatrygging Netbankan sum app Les meira á betri.fo


INNIHALD s. 3

Ræningarsiðvenjan anir enn í Skúgvi . . . . . . . . . . . . . . s. 28

Ung velja útoyggj . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 4

Viljin á Húsum . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 32

Strandfaraskip Landsins 100 ár

........................

s. 6

Útoyggjastevnan 2017 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 33

1000 fólk færri á útoyggjunum

.........................

s. 8

Íverksetan á bygd, er øðrvísi . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 34

s. 9

Tilnevnd til matvirðislønina, Embla . . . . . . . . . . . . . . . s. 36

Nýtt skip á Hestleiðina . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 13

Kjøtpylsa og nýhugsan . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 37

Siri Stenberg, røða í Hesti 2016 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 14

Tornið á heimsins enda . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 39

Útoyggjastevnan savnandi átak. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 17

Virksemi í Hesti nú summarið nærkast . . . . . . . . . . . s. 40

Bjarnafossur og svínoyggin í fokus . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 18

Bygdin eigur handilin. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 41

Svínoyggin í mínum hugaheimi . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 19

Summarskeið á Syðradali . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 42

Sig mær hvar tú býrt . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 21

Economusée Jarnsmiðjan á Trøllanesi . . . . . . . . . . . . s. 42

Spor í náttúruni . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 22

Trælistamaður í Fugloy . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 43

Hevði vónin vunnið

..........................................

Samferðslan úr útoyggjasjónareykuni

..............

Bygnaðarligar broytingar í Koltri. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 25 Náttúruvernd - eitt álvarsmál. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 26

”HEVÐI VÓNIN VUNNIД ”Handan vandamiklasta fjørð”, var ein yvirskrift í Sosialinum 13. juni 1987. Undiryvirskriftin var – 65 undirskrivaðu bræv til Landsstýrið fyri 27 árum síðani. Nú búgva ikki 15 fólk í Mykinesi. Skrivið, sum Sosialurin sipar til, var sent Landsstýrinum 26. apríl 1960 og snúði seg um tað “ótolandi ferðasambandið við oynna”. Hyggja vit, í Útoyggjafelagnum, í okkara teldumappur, eru tær á tremur við skrivum, fundarfrásagnum, áheitanum og undirskriftainnsavning um. Tilfar, ið er sent Landsstýri, Løgtingi og stovnum. Tíðin gongur, Strandferðslan fyllir 100 ár, men kjakið um gott ferðasamband er líka feskt í dag sum í 1960, og fyri kortum savnaðu fólk, sum varða av sambandinum út í Hest, undirskriftir, við nærum ident iskum teksti og honum frá mykinesfólki í 1960. Hvør hevur ábygrdina? – og hvør stendur aftan fyri útoyggjarnar? Í 100 ár er fólkatalið minkað við

1000 fólkum. Eftir okkara tykki er stundin komin at steðga øllum tosi og í staðin fara til verka, at finna góðar og haldbærar loysnir, sum í øllum førum tryggja, at útoyggjasamfeløgni kenna seg trygg og kunnu trúgva upp á eina framtíð í oynni. Halda fólk og myndugleikar fram at tosa um, hvørt tað eru ov fá fólk at servisera á útoyggj, verður til seinast eingin eftir at veita tænastu til. Í hesu Glóð, lýsa vit viðurskifti, hendingar og hugsanir, ið hava

týdning fyri útoyggjarnar ella vísa á gongdar leiðir, at menna hesar virðismiklu oyggjar. Eina stór tøkk til tykkum, ið hava stuðlað Glóðina og felagið, við at lata eina lýsing til blaðið. Somuleiðis tøkk til tykkum, ið hava latið tilfar og rættlisið.

Útoyggjafelagið

Framsíðumyndin: av Trøllanesi Bárður Mikladal

Nevnd: Óla Jákup úr Dímun, formaður Esbern í Eyðansstovu Olga Biskopstø, samskipari Umboðsráðið: Magni Garðalíð, formaður Jóhanna Hansen Andras í Frammistovu

Góðan lesihug! Olga Biskopstø, samskipari

Óli R. á Geilini Anja Eliasen Magnus Eliasen Kartin Lenvig Katrina Johannesen Harry Jensen Jógvan Jón Petersen

Glóðin • nr. 12 • 2017

3


Í august 2017 fer Útoyggjafelagið at skipa fyri ráðstevnu, ið er málrættað ungum á útoyggj og útjaðaranum. Ráðstevnan skal har m.a. finna svar upp á spurningin: Í hvønn mun kann og vil ungdómurin taka lut í menningini av útjaðaranum?

UNG VELJA ÚTOYGGJ “Vit síggja møguleikar í nærumhvørvinum, í oynni og í framtíðini á útoyggj” siga fleiri ungfólk, ið eru uppvaksin á útoyggj. Her eru nøkur teirra.

Mynd: Bárður Mikladal

Svanhild Christiansen Kirkju Svanhild er fødd í 1986. Hon hevur valt at búgva á Kirkju, har hon er uppvaksin gingið í skúla. Svanhild hevur havt fyrifallandi arbeiði í kommununi, hjálpt mammuni í ferðavinnuni, og seinnu árini hevur hon havt einasta handilin í oynni. Svanhild er listakvinna, hon ger m.a. lutir úr leiri. Svanhild sær sína framtíð í oynni, hon nýtur friðin og møguleikarnar at virka har. Pløgg sum Svanhild hevur bundið

Mynd: Bárður Mikladal

4

Glóðin • nr. 12 • 2017

Mynd: Ronja í Eyðansstovu

Ronja í Eyðansstovu Mykinesi Ronja er fødd í 1999. Hon er dóttir Katrinu Johannesen og Esbern í Eyðansstovu. Hon er uppvaksin í Mykinesi og hevur gingið í skúla har, og í Sør vági. Ronja brúkar nú 10 skúlaár í Mykinesi. Hon hjálpir foreldrunum í teirra virksemi, ið er landbúnaður og ferðavinna. Ronja hevur fleiri ross at ansa, og brúkar tey partvís í ferðavinnuhøpi. Enn veit Ronja ikki, hvar leiðin ber, og hvørja útbúgving hon skal byrja, tí verður tað Føroya Húsarhaldsskúli, ið verður fyrsta stig á leiðini. Um umstøðurnar verða til tað, vil hon fegin búleikast har.


Jóhanna Maria Isaksen Húsar

Marius J. Á Geilin Svínoy Marius er føddur í 1991, og uppvaksin í Svínoy og hevur gingið í skúla í Svínoy og Tórshavn. Seinnu árini hevur hann verið búsitandi í Svínoy, har hann hevur havt fyrifallandi arbeiði, hjálpt við grótlaðing, røkt av seyði, verið ferðaleiðari o.a.

Marius er eisini íverksetari og hevur gongd í ymiskum verkætlanum. Í løtuni lesur Marius framleiðslutøkni í Tórshavn. Hann sær nógvar møguleikar í Svínoy, og í at kunna gagnnýta lokala tilfeingið.

Jóhanna Maria í 1988. Fyri nøkrum árum síðani tók hon lut í verkstovu, ið Útoyggjafelagið skipaði fyri. Tá fekk hon áhuga fyri at framleiða burtur úr lokalari rávøru. Av tí at rabarbur vóru við hondina, var tað rabarbusaft, ið gjørdist hennara spesiali. Jóhanna Maria er avgjørd um, at hon ynskir at búgva á Húsum. Í dag hevur hon mann og tvey børn, og tey trívast væl í oynni. Málið er at víðka virksemið til møguligt seyðahald og ymiska aðra framleiðslu afturat hesum.

Rabarbusaft framleidd á Húsum

Jóhannus Kallsgarð Joensen Trøllanes

Mynd: Petur Andreasen

Jóhannus er føddur í 1994. Hann er sonur Signhild Johannesen og Mik kjal Joensen. Jóhannus er uppvaksin á Trøllanesi og hevur gingið í barnaskúla í oynni. Umframt skeið á Tekniska skúla, hevur hann eisini lokið landbúnaðarskeið. Í løtuni er hann virkin í ferðavinnuni, har hann m.a. er ferðaleiðari og tekur ær av móttøkuni í Economusée jarnsmiðjuni hjá pápa sínum. Jóhannus sær sína framtíð í oynni, har hansara yrki verður seyðahald og ferðavinna. Seymir smíðaðir í Smiðjuni

Glóðin • nr. 12 • 2017

5


Strandfaraskip Landsins 100 ár Í hesum døgum hátíðarheldur Strandferðslan 100 ár sum fyriskipari av strandferðsluni. Av tí at leiðslan á Strandferðsluni í seinastuni, í sambandi við Hestleiðina, hevur ført fram, at tænastan má lagast til talið á borgarum, hava vit valt at hyggja nærri at sambandinum millum samferðslumenning og fólkatal, og út frá hesum mett um fyribrigdi útoyggjamenning ella “bygdamenning”. Eitt sidur um søguna handan samferðsluna Samferðslumenningin í Føroyum hevur havt alstóran týdning og verið ein av fyritreytunum fyri, at tað hevur borið til at liva og virka kring landið. Henda menning byrjaði fyrst í farnu øld og hevur verið merkt av fólki, einstaklingum og politikarum, við visjónum og áræði, ið hava megnað at hildið fast, tá ið mótgangur hev ur verið. Millum hesi hava verið Christian Bærentsen, amtmaður og politikari (1862-1968) og Mikkjal Helmdal, landsverkfrøðingur (19161996).

Christian Bærentsen Hans Thomas Horn

Í 1948 varð Mikkjal Helmdal settur í starv sum Landsverkfrøðingur.

6

Glóðin • nr. 12 • 2017

Lendingin í Svínoy

Gamlar lendingar til bátar eru elstu varðar eftur samferðslusøgu okkara. Havið hevur verið høvuðsleiðin og hevur knýtt bygdir og landslutir saman. Grannabygdir lógu mangan á hvør sínari oyggj, og fólk mátti um fjørðin fyri at vitja familju og kenningar. Í 1902, eftir rannóknarferð í Hetlandi fór Christian Bærentsen til Norra at vita, hvussu teir skipaðu vegakervið og havnir har. Her fekk hann samband við unga norska verkfrøðingin Hans Thomas Horn (18731968). Hans T. Horn kom til Føroya í 1903 at máta upp og gera uppskot um vegagerð og havnir. Eftir lendinum sannførdi hann seg sjálvan og føroyingar um, hvussu frægast var at leggja fyrstu vegirnar. Frágreiðingin hjá Horn legði lunnar undir tað samferðslukervið, vit hava í Føroyum í dag. (Kelda: Mynstur broytast - Landsverk 2008)

Nýggjar havnir Saman við vegagerðini vóru nýggjar havnir alneyðugar. Tá vinnulívið mentinst í miðju 19. øld, bleiv veruliga brúk fyri bryggjum og lendingum, men mesti tørvurin á bryggjum var tó í sambandi við rutusiglingina, bæði við umheimin og millum bygdir og oyggjar, Í 1948 varð Mikkjal Helmdal settur í starv sum Landsverkfrøðing Saman við politiska myndugleikanu


Viðsjónin fyri samferðsluna í Føroyum er orðað í Samferðsluætlan 2012-2024 hjá Landsverki. Her stendur at: "Góðir ferðamøguleikar skulu stuðla undir og tryggja menning og trivnað í Føroyum. Infrakervið skal vera soleiðis háttað, at tað skal vera lætt og trygt, og fyri ein rímuligan kostnað skal bera til hjá øllum at ferðast – bæði innanoyggja og út í heim».

setti hann kósina í sambandi við veganetið í Føroyum. Hóast tað ikki var alment fest á blað, so var semja um, at tær bygdir, har vegirnir gjørdu størst gagn, fyrst skuldu fáa samband. Á útoyggjum hevur verið ført fram, at Helmadal var góður fyri útoyggjarnar. Strandfaraskip Landsins stovna Landsins sær dagsins ljós í 1917, tá tað almenna yvirtekur Smyril (Smiril) frá Mortensen-brøðrunum á Tvøroyri. Heilt fram til 1965 hevur Strandferðslan í høvuðsheitum uppgávuna at vera ”administrator” fyri Suðurleiðina. Johan Restorff Jacobsen tekur leiðsluna á Strandferðsluni í 1965, og í 1973 gerst Thomas Arabo stjóri. Í 70´unum er útbyggingin av vegum og havnum komið væl ávegis, og inn í 80´ini eru útoyggjarnar væl við. Skipini, sum høvdu røkt farleiðirnar

Másin leggur at á Kirkju

til útoyggjarnar, vóru í flestu førum privat og ætlað til post- og mjólkarflutning. Tjóðartøka av øllum ferðafólkaflutninginum, ið var byrjað seinast í 50´unum, tók dyk á seg í 60´og 70´unum. Við Johan Restroff og Thomsa Arabo komu allar farleiðir, vit kenna í dag, við í samferðslukervið. Av broytingum kunnu nevnast, at tann væl skipaða farmadeildin varð skerd í 0´unum niður í næstan einki, og Mykinesleiðin farin aftur á privatar hendur (útveitt). (Kelda: Mynstur broytast - Landsverk 2008)

Fergulegan á Syðradali verður tikin í nýtslu

Í stuttum snýr hetta seg um samfelagsplanlegging, eins og Bærentsen og Helmsdal trúðu upp á og arbeiddu fyri í sínari tíð, og tað snýr seg um politiskan vilja, og virkishug. Skulu allar oyggjar vera búsettar, tørvast karmar, tænastur og møguleikar fyri at trívast og at lívbjarga sær. Eitt lið í hesum er tænastan frá Strandferðsluni. Hetta kann gera, at eitt nú fólkatalið kann kvinkast uppeftir.

Glóðin • nr. 12 • 2017

7


1000 fólk færri á útoyggjunum

Fyri 100 árum síðan búðu um 1130 fólk í útoyggjunum, í dag, 100 ár seinni, búgva 230. Tað er samanlagt ein minking við 1000 fólkum. Strandferðslan og fráflytingin Vit síggja tað, svart upp á hvítt, at fólkatali á útoyggj er fallið við rívandi ferð, hesi 100 árini. Vit síggja eisini, at títtleikin og komforti á farleiðunum til útoyggjarnar, hevur ikki verið munagóð. Eitt dømi er neyðarrópið frá mykinesbúgvum, til Landsstýrið í 1960, har tey biðja og bøna, um størri títtleika á farleiðini til Mykinesar. Tað er sjálvsagt ikki veika tænastan og túratalið, ið eru høvuðsorsøkin til stóru fráflytingina, men hetta eigur tó sín lut í gongdini. Tað er navnliga samanhangur millum eina góða samferðslu og búseting, tí tað snýr seg um at skapa møgueikar og tryggleika. Fallið í fólkatalinum á útoyggj hev ur verið støðugt frá 1917, og størsta fallið er í 70´unum, um tað mund ið strandferðslan kemur í fastar karmar kring landið. Tær stóru broytingarnar í samfelagsbygnaðinum, frá 1960´unum og frameftir, broyttu grundleggjandi umstøðurnar at búleikast á útoyggjum. Vinnumynstrið, skúlaskipan, tænastuøkingin á meginøkinum, broyttir hugsanarhættir og mentan vóru øll við til at broyta búsetingarmynstrið í Føroyum. Á útoyggj gjørdist kontrasturin sera stórur, tá vegir og tunlar bundu meginøkið saman, meðan farleiðirnar til útoyggjarnar framvegis vóru við træskipum og fáum túratali. Hei lt fram til at Sam fór at røkja Kalsoyarleiðina, Ritan fór á Fugloyarleiðina og nýggjur Silberi kom, vóru umstøðurnar alt annað enn góðar. Og enn í dag, er tænastan ikki nøktandi á øllum leiðum.

8

Glóðin • nr. 12 • 2017

Samlaða fólkatalið á oyggjunum: Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Mykinesi, Hesti, Koltri, Skúgvi og Mykinesi Árstal: 1917 1970 Fólkatal: 1130 658

2017 230

Tyrluflúgvingin byrjar Tá tyrluflúgvingin til útoyggjarnar kom í 80´unum, var tað ein munadyggur bata, og neyvan búði nakar í Stóru Dímun í dag, um hetta ikki var komið í lag. Tað er einki løgið í, at tey, sum hava búleikast á útoyggj, og hava sæð familjur í stórum tali flyta, tí skúla­ gongd kravdi 9 og ikki 7 ár, tí fá størv og lítil inntøka var á staðnum, og tí tænastusøðið var lækkandi í mun til stóru broytingarnar til tað betra á meginøkinum, hava umhugsa at flyta. Nógv orkaðu heldur ikki at knossast við oljutunur, tá ein oljubilur kundi koma í túnið á meginøkinum. Alt hetta hevur virkað fyri fráflyting frá útoyggjunum. Hvat var so leikluturin hjá Strandferðsluni? Strandferðslan og samferðsluútbyggingin sum heild hevur havt til uppgávu, at sambinda útoyggjarnar við meginøkið. Hetta uttan mun til, um tað búðu ella búgva nógv ella fá á útoyggj. Tænastan hjá Strandferðsluni er sum andadrátturin í hesum smáu samfeløgunum. Ein tænasta, sum hevur til uppgávu at skapa best møguligar umstøður, so borgarar í Føroyum skulu kunna velja at búgva í fjarskotunum bygdum ella oyggjum.

Leikluturin hjá Strandferðsluni er at fremja tey politisku málini, ið verða sett út í kortið, men uttan politiskan vilja at fremja eitt nú Samferðsluætlanina, er trupult at síggja SSL sum ein stovn, ið kann stuðla undir menning. Hetta hevur eisini verið eyðsýnt nógv tey seinni árini, har SSL ikki hevur havt fíggjarligar karmar til at gera nevniverdar broytingar.

Mynd: Jens Kr. Vang

Síðani Útoyggjafelagið byrjaði , hava vit sent skriv og haft óendaliga nógvar fundir við landsins myndugleikar, um ábøtur á samferðsluna. Altíð við góðum treysti og við vónini um, at hesuferð fór at bragda.

Frá fundi millum Samferðslumálaráðið og Útoyggjafelagiðí 2016 : Hendrik Old og Sólarn Isaksen


Samferðslan úr útoyggjasjónareykuni Fugloy Áðrenn nøkur føst skipan kom við at bátar sigldu til Fugloyar, vórðu róðrarbátar brúktir til at skjútsa fólk og farm millum oyggjarnar. Teir bátar, sum fóru inn í Hvannasund/Norðdepil, tóku postin við útaftur. Fyrst í 1900-talinum sigldi Smyril eina ferð um mánaðin (1900 - 1917) tá bleiv róðrarbátur brúktur at flyta fólk og annað í land, tí Smyril fekk ikki lagt at, tí kaiin var ikki gjørd. Ein bátur, sum æt Victoria, sigldi eisini fyrst í 1900-talinum til umleið 1914. Tá búðu uml. 180 fólk í Fugloy Immanuel, sum Olaf á Stongunum átti, sigldi frá umleið 1914 til 1959, tá Másin kom at sigla. Í 1968 leigaði strandferðslan bátar at sigla, meðan Másin sigldi í Sandoynna. Hetta tí Ternan og Ritan stoyttu saman í 1968, og Ritan sakk. Báturin Føroya Bjór sigldi í 1968, síðani Lisshøvdi frá 1969-71. Í januar 1970 hendi ein vanlukka norðuri í Vági á Kirkju. Eitt óløgi kom, og lítli báturin, sum brúktur varð at rógva í land við, hvølvdist. Ein maður doyði og bleiv ikki afturfunnin. Másin sigldi í Sandoynna, til tann nýggja Ritan kom at sigla í Sandoynna í á leið 1971. Kaiin á Trøllagjónni, sum nú verður brúkt at leggja at við, var liðugt gjørd í 1978. Áðrenn nakað var gjørt har, varð sigið niður har til post. Har bleiv sprongt niður seinast í 40’unum ella fyrst í 50’unum, og farið varð undir at gera kaiina. Í 1976 var stóra kaiin stoypt, og heimara hornið eini 2 ár seinni. Kaiin var sostatt liðug um 1978.

Svínoy Tað var eitt rættiliga stórt framstig, tá ið Ritan kom at sigla á Fugloyarleiðini í 2009/10. Hon er nógv størri enn Másin og er behagiligari at sigla við, rullar ikki so illa. Tekur meiri fólk og farm. Tað má sigast, at hon hevur riggað stak væl at sigla út til Fugloyar og Svínoyar. Í fyrstuni varð hildið, at hon var kanska ov stór, men tað hevur ikki bilað. Hon liggur stak væl við kaiina. Skjótt aftaná tað, at hon kom norð higar at sigla, bleiv hon eitt sindur umbygd, so at lættari bleiv hjá ferðafólki at koma um borð og í land. Títtleikin á farleiðini kundi verið enn betri, og hetta royna vit at gera vart við. Nú ferðavinnan tekur seg upp, er eisini neyðugt, at Strandferðslan fylgir við og stuðlar undir menning av oynni.

Másin lossar á Kirkju

Ferðasambandið millum Svínoy og aðrar oyggjar var við árabáti fram til 1920’ini, tá motorbátur kom. Um hetta mundið búðu 200 fólk í Svínoy. Í Klaksvík keypti Samson Joensen, ið var postmaðurin, sum gekk norður um fjall og róði í Kalsoynna, deksbátin Guttaberg. Hetta var í 1927. Guttaberg, sum hevði motor, varð settur í sigling millum Klaksvík, Kunoyarbygd og Kalsoynna við posti, ferðafólki og farmi. Í 1914 setti Olaf Olsen (Olaf á Stongunum), keypmaður, Klaksvík, deksbátin Dan í sigling millum Klaksvík, Árnafjørð, bygdirnar eystan Múla, Svínoy og Fugloy, og 2 ár seinri, í 1916, var Immanuel settur í sigling, og røkti Immanuel postrutuna, til Másin byrjaði í sigling í 1959. Hetta vóru broytingartíðir, og tað var stórur munur á at kunna fara um fjørðin í motorbáti heldur enn í árabáti. Ta fyrstu tíðina var títtleikin ikki so stórur, og upp í 60 – 70’ini var ein túrur um dagin, men ikki mikudag, og bara annanhvønn sunnudag. Seinni í 80’unum komu mikudagur og sunnudagur upp í rutudagarnar. Um summarið plagdu tó at vera 2 túrar fríggjadag. Einaferð í 90´unum byrjaðu teir við 2 túrum mánadag, eisini um summarið. Túrar løgdust so aftrat so við og við, og nú í nokk so nógv ár hava tað verið 3 túrar allar gerandisdagar um summarið. Um veturin eru 2 túrar hvønn gerandisdag, har seinni túrurin er tilkalling. Sunnudagurin hevur 2 túrar um summarið og ein um veturin.

Lendingin í Hattarvík

Glóðin • nr. 12 • 2017

9


Á vetri er ferðasambandið ofta skert av brimi. Seinnu árini eru ábøtur gjørdar á lendingarnar, serliga hana á Eiðinum, men tað hevur verið arbeitt við at finna betri loysnir, so sambandið gerst tryggari og meira støðugt. Ein havn yviri í Havn hevur verið upp á tal, men í seinastuni er rennistronugur komin inn, sum ein møguleiki. Tað er hesa loysnina, ið fleiri síggja sum ta bestu fyri Svínoynna. Í samferðsluætlanini 2012-2024 er ein rennistrong settur inn sum ein loysn á ferðafólka­ og farmaflutning mill­ um Viðoynna og Svínoynna. Fríðrik Heinesen frá Landsverki og sveisiski Maurice Andrey, serkønur í rennistrongjamálum, hava kunnað almenn ingin um hesa ætlan.

Myndin er tikin av internetinum, og er eitt dømi um eina farleið við rennistrongi

-Við rennistrongi tekur tað bert 10 minuttir at koma til Svínoyar. Tveir vognar fara avstað í senn við plássi fyri 60 fólkum í hvørjum. Hvønn 10. minutt kann man soleiðis fara ein nýggjan túr til Svínoyar. Rennistrongur kann brúkast í vindi í miðal upp í 22 metrar um sekundið.

Ein slíkur rennistrongur er mettur at kosta á leið 100 milliónir. Skal hann gerast veruleiki mugu íløgur eisini gerast í streymframlegging, betong, vegir í lendi og so framvegis. Skal hann harumframt eisini gerast millum Fugloy og Svínoy, er samlaði kostnaðurin mettur at vera um 300 milliónir.

Hjalmar Vaag Høgnesen var skiåari á Barsskot í nógv ár (Mynd: Norðlýsið)

Sam og Barsskor, tann dagin fergulegan var tikin í nýtslu fyrstu ferð

Kalsoy Kalsoy Tað vóru bygdagøturnar, sum í øldir knýttu bygdirnar í Kalsoynni saman. Ein drúgvur og til tíðir trupul gongutúrur, av Trøllanesi til Syðradals. Fram til umleið 1920 var sambandið millum oyggjarnar bara við árabáti. Um hetta mundi búðu 287 fólk í oynni. Skipaður postflutningur var mill­ um Klaksvík og bygdirnar í Kalsoynni frá áleið 1905. Hesin flutning­ ur var við árabáti og til gongu millum bygdirnar, tvær ferðir um vikuna. Samson Joensen, ið var postmaður, keypti í 1927 motorbátin Guttaberg. Hann varð settur í sigling millum Klaksvík, Kunoyarbygd og Kalsoynna við posti, ferðafólki og farmi. Guttaberg sigldi til umleið 1930, tá kom Leynafossur og avloyst hann. Seinni kom Polaris og síðani Barsskor. Barsskor var bygdur á Akranesi í Íslandi í 1929. Frá umleið 1960 og fram til 19. apríl 2005 røkti hann regluligu rutusiglingina úr Klaksvík til Kalsoynna. Fyrru árini varð siglt

10

Glóðin • nr. 12 • 2017

av Klaksvík til Oyndarfjarðar, Elduvíkar og Funnings umfraallar bygdirnar í Kalsoynni og Kunoynni. Tá var siglt bygd av bygd: Av Klaksvík til Syðradals, síðani til Húsar, so eystur um Kalsoyarfjørð aftur til Kunoyar og so vestur um fjørðin aftur til Mikladals og at enda norður á Trøllanes - um tað viðraði. Inn aftur til Klaksvíkar gekk rutan somu leið, men tá varð ikki farið á allar bygdir, uttan so at fólk skuldi umborð. So hvørt sum vegasambandið batnaði, minkaði siglingin, og seinastu árini varð bara siglt millum Klaksvík og Syðradal. Tá nýggj ferjulega varð tikin í brúk í Knúksdali á Kalsoynni, fór strandfaraskipið Sam

at røkja siglingina, og Barsskor varð lagdur. Í dag er Sam álitið á Kalsoyarleiðini, og túratalið er á góðari leið. Men seinnu árini er ferðafólkatalið, serliga um summarið, økt so nógv, at tey, sum búgva fast í Kalsoy, til tíðir ikki sleppa til og av oynni, tá tað er brúk fyri tí. Hetta hevur ført við sær, at kalsoyingar í fleiri førum hava heitt á SSL og politiska myndugleikan um at økja túratalið á leiðini, í øllum førum um summarið. Onki úrslit er enn komið burtur úr hesum. Tunnlarnir í Kalsoynni munaðu sera væl, men vóru í ringum standi, heilt inn í 10´ini.


Mykines Leiðin til Mykinesar hevur verið trupul at røkja, tí farvatnið er krevjandi, serliga um veturin. Fyrst í fyrru øld varð róð millum oyggjarnar í opnum báti. Aftur í 1600-talið vita keldur at siga, at ein teinæringur, ið verður rógvin av tjúgu monnum, hev ur verið í oynni at sigla við farmi og fólki. Eins og til aðrar oyggjar vóru tað privat, ið røktu post- og ferðaflutn ing fyrst í seinastu øld, eitt nú Hamraberg og P/f Niclasen. Farmur varð onkuntíð fluttur við Pride ella Smirli, serliga í 60´unum, tá mykinesoksarnir skuldu av oynni. Siglingin til Mykines kom undir Strandferðsluna 1. august 1967. Fyrstu tíðina leigaði SSL Akranes og Núgvunes. Men hesir bátar vóru ov stórir. Teir kundu ikki fara inn í gjónna og leggja at. Tí máttu bæði farmur og fólk flytast í land og um borð við minni bátum. Hetta bar ikki til, og tí keypti SSL Nípuna av Toftum. Hon fekk navnið

Súlan, og í 18 ár røkti hon vestasta pláss í Føroyum í ferðaætlanini hjá SSL. Siglt varð tríggjar ferðir um vikuna. Gamla súlan flutti millum 3 og 4000 fólk um árið. Um ársskiftið 1983/84 kom Viksundbáturin Vesturhavið, ið aftur fekk navnið Súlan, at røkja siglingina, og siglt varð framvegis alt árið. (Kelda: Sosialurin.1-4.jan.1986) Í 1985 kemur tyrlan at flúgva til Mykinesar, og stutt eftir hetta gavst Súlan at sigla um veturin, og er tað framvegis galdandi. Í 2006 varð Mykinesleiðin útveitt, sum einasta farleið hjá SSL. Privat skuldu røkja leiðina. Landið betalir grundraksturin, og aftur fyri verður siglt tveir túrar um dagin í summarhálvuni. Fólk skulu bíleggja sær pláss, og kostnaðurin er 120,- í mun til 45,- á øðrum leiðum. Teir fyrstu at røkja privatu rutuna vóru Sp/f Mykines, við bátinum Brynhild. Í 2012 vóru tað bátarnir

Súlan á veg inn til Mykines - Mynd: ókend

M/B Silja Star og M/B Froyur, og í 2015 aftur Sp/f Mykines við Jósupi. Fólk í Mykinesi hava ikki verið nøgd við, at rutan varð privatiserað, og hava í fleiri umførum heitt á myndugleikarnar um at gera hana almenna aftur. Tað eru fleiri vansar fyri búsetingina í Mykinesi, at siglingin er á privatum hondum, til dømis verður ikki siglt eykatúr, tá einki pláss er eftir, og serliga nú ferðavinnan er so nógv økt, kemur hetta ofta fyri, eisini hindrar hetta, at vørur koma í oynna til tíðina. Enn hava myndugleikarnir ikki raðfest ynskið hjá mykinesbúgvum, og tað metir Útoyggjafelagið vera sera óheppið, tí búsetingin er veik og tørvar betri tænastu.

Hestur Tá talað verður um ferðasamband, so vóru teir fyrstu bátarnir, ið fóru undir fólkaflutning, ikki tengdir at Strandferðsluni, men meiri óskipaður flutningur, har tað bleiv heitt á bátarnar at koma eftir fólki, tá tørvur var á tí. Ein av fyrstu bátunum, um ikki tann fyrsti, ið flutti ferðafólk, var Borðoyanes. Mb ”Borðoyanes” - liggur vid Helluna i Hesti. Myndin er tikin 4. oktober 1938. Aðrir bátar, ið sigldu fyrstu tíðina, vóru Dúgvan, gamli Smyril og gamla Ritan. Ternan rendi á gomlu Rituna uttan fyri molan í Havn í 1968, hon sakk. Nýggja Ritan bleiv bygd í 1972, hon kom seinni í sigling út í HestFramman undan nýggju Rituni kunnu nevnast Sildberin, Másin, Teistin (gamli Bragd), Dagstjørnan, Kjógvin (gamli Vesturleið) og Liss-

høvdi. Jens Christian Svabo, Thorshavn og Reyði Krossur blivu onkuntíð brúktir sum avloysaraskip. Ein farleið, ið bleiv nógv brúkt í 60-árunum og 70-árunum, var Vesturleið, sum hevði fasta rutu millum Miðvág og Havnina. Til bar at tilkalla Vesturleið. Tá mátti rógvast at borði á Vesturleið. Kaiin í Hesti bleiv útbygd í 1973, áðrenn kaiin kom, bleiv róð at borði á flestu rutu­ bátunum. Eisini sigldu Pride, Tróndur og Sam út í Hest. Í 2001 fingu vit Teistan, ið vit brúka enn. Ferjulegan í Hesti bleiv liðug umleið 1994, tá gjørdist tað munin lættari hjá fólki at ferðast, og tá bar til at fáa bilar við í oynna. Tá bleiv eisini møguligt hjá tangabilum, mjólkarbilum og ruskbilum at koma í oynna, hetta gjørdi gerandisdagin væl lættari hjá bygdarfólkinum.

Myndin er úr Hesti

Seinastu árini hevur tænastan á Hestleiðini verið lækkandi. Orsøkin sigst vera økt press á Sandoyarleiðina. Í dag er eingin føst ferðaætlan í Hest, og øll, sum skulu í oynna, noyðast at siga frá frammanundan. Tað verður í løtuni arbeitt upp á at finna eina betri loysn, møguliga eitt nýtt skip, sum røkir Hestleiðina burturav. Glóðin • nr. 12 • 2017

11


Skúgvoy Eftir at motorbátarnir avloystu árabátarnar, hava nógvir bátar og skip røkt farleiðina til Skúvoyar. Tá búðu umleið 130 fólk í oynni. Umframt fyrsta, annan og triðja Smiril/Smyril hava allir hesir eisini siglt: Streymur, Morgunstjørnan, Viðanes, Ritan 1, Núgvunes, Njørður, Óðin, Ólavur, Árnanes, Sildberin 1, Skarvasteinur, Jens Christian Svabo, Dagstjørnan, Kjógvin/ Vesturleið, Bragd, Pride, Ritan 2, Beiðanes, ein seksæringur av Sandi, hann sigldi frá 1974 til 1979, at byrja við fyri postverkið, tey seinnu árini eisini fyri SSL. Sildberin 2, Súlan og nú Sildberin 3. Í Skúgvoy vóru eisini fýra opnir bátar, sum sigldu við posti, tann fyrsti æt Ormurin, so Sigmundur fyrsti, Sigmundur annar og Sigmundur triði. Tann seinasti Sigmundur er til enn, hann er tíggjumannafar, hinir vóru áttamannafør.

Pride, 1975 helst seinni (Mynd: úr Skúgvi)

Títtleikin hevur - eins og aðrastaðni - verið avmarkaður. Tað er ikki fyrr enn inn í 80’unum, at samband varð hvønn dag í viku. So við og við er ferðasambandið bøtt, og seinastu 20 árini hevur Súlan havt eina rímiliga góða ferðaætlan, har nakrir av túrunum hava verið tilkalling. Við nýggja Sildberanum er komforturin vorðin betri. Havnin tørvar ábøtur, og fendararnir fara í briminum, men vónandi fara broytingar til tað betra at

Vøra, ein januardag í 1972, á veg umborð á Dagstjørnuna.

Gamli Sildberin 2 - á Útoyggjastenvu

Stóra Dímun Í fyrru øld var einki skipað ferðasamband til Stóru Dímun. Tá búðu 12 fólk í oynni. Í dag eru 10. Ikki fyrr enn í 1985, tá tyrlan kom at røkja útoyggjaflúgving, fekk Stóra Dímun tryggjað eina ferðaætlan við 3 túrum um vikuna, sunnudag, mikudag og fríggjadag. Hetta er framvegis galdandi. Fyrst í farnu øld var bert flutning­ ur við árabáti, og um veturin gingu ofta mánaðir, har onki samband var, vegna veður. Postflutningur varð skipaður úr Skúgvi, og tá tað vóru líkindi, kom posturin til Dímunar tann vegin. Seinni, tá motorbátar fóru at røkja Suðuroyarleiðina, bar til at gera avtalu um at steðga út fyri Dímun. So varð bátur flotaður úr Dímun og róð út - eftir fólki ella við fólki. Á vári 2016 fekk Atlantsflog nýgg­ ja bókingarskipan til útoyggjaflúgv­ ingina, hetta hevur lætt nógv um hjá dímuningum. Ferðavinnan tekur

12

Glóðin • nr. 12 • 2017

Jógva Jón Petersen, ber vøru frá tyrluni

fleiri og fleiri pláss í tyrluni, og tí hev ur verið neyðugt at tryggja, at tey úr Dímun hava nøkur føst pláss. Hetta er ein avbjóðing, men tað verður arbeitt við at finna loysnir, ið eru góðar fyri oynna og tey, sum búgva har.

Janus (yngri) úr Dímun, ber burtur frá tyrluni, saman við systursoninum


Tyrlan hjá Atlantsflog, er avgerandi fyri møguleikan at búgva á útoyggj. Tí eigur tænastan við tyrluni alla tíðina at vera í fokus, og bøtast tí trá við broytingar í tørvi og ferðamynstri. Manningin á tyrluni er hjálpsom og fyrikomandi, og tað er neyðugt, tí tað er ofta at tvørleikar eru veðri o.ø. Í 2015 var nýggj bókingarskipan gjørd. Hendan skipan ger tað lættari hjá øllum pørtum, at bíleggja og skipa sína ferð. Ferðavinnan og leiðin til Suðuroynna, er ein avbjóðing fyri tey sum brúka tyrluna. Tí er tørvur áhaldandi á, at eftirmeta og bøta um skipanina.

Nýtt skip á Hestleiðina!

Hetta er tann einasta rætta loysnin - á truplu støðuni á Hestleiðini. Ein loysn, ið Útoyggjafelagið eisini væntar, at Samferðsluráðið, SSL og Tórshavnar kommuna taka undir við. Tað er tørvur á nýhugsan, og tað er tørvur á at finna loysnir, ið røkka inn í framtíðina. Á fundi við landsstýrismannin í samferðslumálum, Hendrik Old, 26. januar 2017, varð staðfest, at Hestur ikki verður knýtt upp í Sandoyartunnilin. Tað varð eisini staðfest, at SSL ikki fer at økja túratalið við

Teistanum út í Hest, og tí má eitt annað skip inn, skal bøtast um tænastuna. Tað er ein sannroynd, at SSL ikki hevur nakað skip at bjóða fram, uttan “gamla” Sildberan. Vit, sum

vóru við á fundinum í Samferðsluráðnum, vóru Útoyggjafelagið, umboð fyri bygdarfelagið í Hesti og umboð fyri staðbundu nevndina. Vit vístu á stóra tørvin á einari skjótari og góðari loysn. Úrslitið av fundinum var, at einasta loysn er eitt nýtt skip, sum kann taka nakrar bilar og annars er væl egnað til farvatnið. Hetta kundi landsstýrismaðurin Hendrik Old, heldur ikki siga nei til. Nú er so bert at vóna, at henda loysn verður framd í verki.

Skitsa av skipið, ið kundi røkt Hestleiðina

Glóðin • nr. 12 • 2017

13


"Tað er ongantíð meira neyðugt við Útoyggjafelagnum enn nú, og ongantíð hevur verið meira neyðugt at varpa ljós á umstøður­ nar hjá fólkunum, sum búgva har. Samfelagið er nógv broytt, og hugburðurin er eisini broyttur".

Røða, sum Landsstýriskvinnan Siri Stenberg helt, tá hon setti Útoyggjastevnuna í 2016 í Hesti.

Góðu útoyggjafólk og góðu stevnugestir! Tað er fallið mær í lut at seta hesa 15’andu Útoyggjastevnuna, sum á triðja sinni er í Hesti. Fari at takka Útoyggjafelagnum hjartaliga fyri at hava sýnt mær heiðurin at seta stevnuna. Eg má viðganga, at hetta er fyrstu ferð eg eri í Hesti. Eg havi glett meg til dagin, og her er eisini fantastiska vakurt. Tað rennur mær til hugs orðini hjá Fríðriki Petersen: “Mítt føðiland tað er ei stórt sum onnur lond men so væl hevur Gud tað gjørt við síni hond” Hesi orð eru sjón fyri søgn í dag. Útoyggjafelagið hevur veruliga gingið á odda at skapt áhuga og ans fyri smáplássum og víst á, hvønn dýrgrip, vit í veruleikanum hava fingið at liva í. Tað er ikki øllum beskorið so stóra vøggugáva. Útoyggjafelagið, sum upprunaliga spratt úr arbeiðinum við útoyggjaálitinum frá apríl 2001, hevur dugað at samsjóða sjónarmiðini hjá útoyggjunum og ikki minst duga at sett útoyggjarnar á dagsskrá og víst møgu leikar og gongdar leiðir. So kann onkur siga, hvat er komið burtur úr, ella er nokk komið burtur úr. Her er vert at leggja áherðslu á, at Útoyggjafelagið er ein týðandi táttur

14

Glóðin • nr. 12 • 2017

í samstarvinum millum útoyggjafólk og er ein felags rødd fyri áhugamálum tykkara í samfelagnum. Endamálið við øllum arbeiðinum hjá felagnum er at skapa framburð, trivnað og økt vinnuvirksemi á útoyggj. Eg meti, at Útoyggjafelagið hevur fingið nógv av skafti hesi árini, tað hevur virkað. Umframt at samansjóða tey, sum búgva á útoyggj og geva høvi at koma saman eins og at umboða útoyggjafólk, kann eg eisini nevna hetta tiltakið, sum í dag verður hildið í Hesti -Útoyggjastevnan, sum er eitt sera gott høvi til at seta fokus á útoyggjarnar; teirra møgu leikar, avbjóðingar og ynskir. Harumframt er hetta eitt gilt høvi at vísa, hvat tit kunnu bjóða okkum øðrum.

Útoyggjafelagið hevur eisini verið sera virkið í sambandi við fleiri verk­ ætlanir. Eg kann nevna: • Framleiðsluhús á útoyggj • Nordic Delight • Mentanarsøgulig landsløg • Slowfood í Føroyum • Economuseé • “Løggildur hjallur, og mangt annað.

Flestu av hesum verkætlanum hava fingið stuðul av játtanini til út­ oyggjamenning. Endamálið við játtanini er at stuðla tiltøkum, sum eru mennandi fyri útoyggjar. Stuðulin kann veitast einstaklingum, virkjum, feløg um, og kommunum. Í ár komu 21 umsóknir um stuðul fyri uml. 3 mió. kr., men stuðulsjáttanin er bert 710 tús. kr. So her er nakað hjá okkum at hyggja nærri at. Við avmarkaðari játtan varð ikki møguligt at veita øllum umsóknum stuðul. Men tað koma at verða framdar ymiskar spennandi ætlanir kring oyggjarnar aftur í ár. Tað er ongantíð meira neyðugt við Útoyggjafelagnum enn nú, og ongantíð hevur verið meira neyðugt at varpa ljós á umstøðurnar hjá fólkunum, sum búgva har. Samfelagið er nógv broytt, og hugburðurin er eisini broyttur. Vit hava altíð umrøtt okkum sjálvi sum oyggjafólk, men hetta tykist vera við at fara. Ein oyggjaflokkur ­ og oyggjar eins og systrar, allar lið um lið, sigur skaldið. Míni tulking av hesum hevur altíð ligið nakað solidariskt við at vera í flokki ella í familju. Nakað man er góður við og vil gera sítt til, fyri at hjálpa. Men hetta tykist broytt. Meira og meira bæði tosa og agera vit, sum um Føroyar er ein býur. Samfelagsbroytingin, sum hevur havt við sær, at fólk alsamt meira og meira hava valt býirnar, og størri og størri partar av landinum nú eisini


”Tað fer nokk at koma eitt mótrák ímóti býarlívi, strongd og forbrúki, til nærveru við náttúruna, burðardygd og tættari relatiónir i familjulívi”

Myndirnar eru av gestum á útoyggjastevnuni í Hesti 2016

verða samanbundnir. Samanbinding onkrastaðni tykist at skapa fjarstøðu aðrastaðni. Nú komi eg sjálv av oyggj. Ikki tí, at Suðuroyggin er lítil og kann sammetast við tær avbjóðingar, sum smæstu oyggjarnar hava, men fjarstøðan er har. Fyri at vera her í dag, mátti eg t.d fara heimanífrá í gjár. Men tað sum eg kenni aftur og eri stúrin um, er hugburðurin, sum eg til tíðir møti, tá ið eg umrøði avbjóðingar í útjaðarinum. Sigur man eitt einasta orð um, at tað til tíðir kann vera trupult, er ikki altíð nakað forstáilsi at finna, men heldur hinvegin eitt standardsvar, sum at tit hava sjálvi valt at búgva har, so tit hava onki at brokka tykkum um. Hetta svar skulu vit ikki góðtaka, men áhaldandi vísa á okkara rætt til at vera til á jøvnum føti við aðrar borgarar. Endamálið má vera, at til ber at liva, virka og skapa sær eydnuna kring landið alt. Føroyingar hava í øldir bygt okkara land upp til tað, tað er í dag. Tað eru tó glottar at hóma. Frá at vit so at siga í stóran mun hava flutt okkum frá náttúruni inni býir og inn

Landsstýriskvinnan Siri Stenberg

í hús at liva, so upplivið eg, at fleiri og fleiri yngri fólk fáa eyguni upp fyri ríkidøminum í bygdalívinum. Eisini ynski um eitt lív nærri náttúruni og í meira burðardyggum høpi tykist vinna frama, og tað er gleði ligt. Tað má vera okkara uppgáva í politisku skipanini at virka fyri, at møguleikarnar verða til tess. Eisini alskurin til okkara mentanararv, sum í stóran mun finst á smáplássunum ­ tað at veita náttúru- og mentanarupplivingar til bæði ferðafólk og okkum sjálvi, er í menning. So eg havi góðar vónir fyri framtíðina. Tað fer nokk at koma eitt mótrák ímóti býarlívi,

strongd og forbrúki, til nærveru við náttúruna, burðardygd og tættari relatiónir i familjulívi. Eg havi havt ta gleði at fundast við Útoyggjafelagið. Tað er ein sjálvsama konstruktivur og positivur andi yvir tykkara arbeiði. Eg gleði meg at samstarva nærri við tykkum um eitt nú burðardygga ferðavinnu, náttúruvernd, grøna orku, Ramsar, fyrstuhjálp og onnur umráði, tit tóku upp, sum er partur av okkara málsøki. So her er nógv gott at byggja á. Á útoyggj verður strembað eftir, at ferðavinnan verður burðardygg og umhvørvisvinarlig. Ferðavinna á útoyggj merkir økt inntøka hjá tykkum,

Glóðin • nr. 12 • 2017

15


- og oyggjar eins og systrar, allar lið um lið.... sum búgva her og stuðlar undir økismenningina. Men økt virksemi á útoyggj merkir eisini økt trýst á umhvørvið og friðin, sum vit og onnur ferðafólk vilja finna og uppliva. Tí er neyðugt at leggja seg eftir at reka burðardygga ferðavinnu; at taka atlit til plantu- og djóralív, at vísa fram staðbundna mentan og bjóða staðbundnan mat. Stutt sagt, at tryggja, at tað serstaka verður varðveitt. Verður tað burtur, verður partur av Føroyum og okkara samleika burtur. Tí hvat hava vit tá at vísa fram. Tá ið vit komu í land her í dag, togaði dóttirin Ásgerð, sum er 9 ár, í meg. Hon las á einum stórum skilti. “Útoyggjarnar eru tað, sum restin av Føroyum hevur mist”. Tað gjørdi inntrykk á hana og eisini á meg. Tí tann dag, vit hava mist so stóran part av okkara samleika burtur, tá hava vit mist okkum sjálvi burtur. Tá sviar hyggja eftir “Smak av Färöarna” ella danir síggja “Det færøske spisekammer” og fáa hug at koma hendan vegin, ella aðrir útlendingar lata seg freista av hugtøkum, sum “untoched”, “unspolid” “unbelievable”, er ein stórur partur av upplivingar pakkanum útoyggjarnar. Tá flestu av okk­ um føroyingum síggja hetta sama, er tað eisini útoyggjarnar, sum renna fram fyri okkum. Tí mugu vit fara væl um og minna onnur á at gera tað sama. Vit hava eitt nútíðarhóskandi og sera framkomið heilsuverk í Føroyum, og arbeitt verður áhaldandi við at betra um umstøðurnar innan heilsuøkið. Mítt ynski er at tryggja borgarar á útoyggjunum í enn størri mun. Seinasta árið hava vit gjørt sáttmála við Atlantic Airways, sum tryggjar eina góða tænastu, tá talan er um sjúkraflutning. Atlantic Airways hevur keypt tvær nýggjar tyrlur, ið báðar kunnu nýtast til sjúkraflutning. Allur bráðfeingis sjúk raflutningur til og frá útoyggj skal tí framyvir gerast við tyrlu, um veðrið ikki forðar hesum. Atlantic

16

Glóðin • nr. 12 • 2017

Airways upplýsir í hesum sambandi, at í miðal ganga umleið 15 minuttir, til flogið verður og 33 minuttir, til komið er á staðið. Tvs. í vanligum føri tekur ein bráðfeingis flutningur av útoyggj við tyrlu umleið 45 minuttir ella undir ein tíma. Eisini verður í løtuni arbeitt við at leggja lunnar undir eina nýggja skipan við sokallaðum “first respondarum” – vit mangla enn eitt føroyskt heiti. Ein “first respondari” hevur servitan innan bráðfeingis sjúkrarøkt og hevur eisini atgongd til eina tasku við hjartastartara, ilt og alskins aðrari útgerð, ið kann nýtast til bráðfeingis sjúkrarøkt á staðnum. Talan verður um persón, ið býr á oynni, ið vanliga uppiheldur sær á oynni, og sum hevur staðið eitt góðkent “first responadaskeið”. Hendan skipanin fer í enn størri mun at tryggja borgarar á útoyggj, bæði tá talan er um trygdarkenslu og eisini beinleiðis í sambandi við sjúku ella vanlukku. Við hesi skipan kann ein “first responadi” viðgera ein sjúkling, til tyrla er á staðnum. Í síðsta enda kann hendan skipanina bjarga lív. Mítt ynski er soleiðis, at vit skjótast gjørligt kunnu fara undir arbeiðið við eini “first respondara skipan”, so borgarin á útoyggj kann føla seg enn tryggari. Fyri borgaran á útoyggj man gerandisdagurin og gerandislívið vera tað týdningarmiklasta. Tí mugu vit alla tíðina hava tað fyri eygað at betra um umstøðurnar fyri fólkið at liva og virka á staðnum. Vinnu og samferðslumøguleikar eru avgerandi í hesum høpi. Útoyggjarnar mugu ikki enda við bert at vera ferðavinnumál, men vit skulu hava ein livandi útjaðara, har fólk kunnu trívast. Her skulu vit lurtað eftir tykkum í Útoyggjafelagum, sum kenna livikor og umstøður so væl og í felag abeiða við at skapa batar. Um hetta ikki verður gjørt, verða vit munin fátækari og saga greinina av, sum vit sjálvi sita á; tá nærkast Føroyar at verða ein býur og ikki eitt oyggjaland. Tá hava vit søplað burtur

Myndirnar eru allar úr Hesti, á útoyggjastevnuni 2016

úr goymslum stóran mentanararv og virðir - alt tað, sum ger Føroyar serstakt, og sum ættarlið undan okkum hava bygt upp og latið okkum upp í hendi. Við orðunum hjá Gulakki Jacobsen fari eg at lýsa útoyggjastevnuna 2016 setta “Bið gott fyri fólki av fornari ætt, sum Gud hevur givið so dýran ein skatt; at liva við friði í Føroyum”


Útoyggjastevnan savnar ung sum eldri til hugna og samveru. Hetta er eitt tiltak, ið er sprotti úr tørvinum, hjá útoyggjafólki at hittast og tosa um felags mál. Við tíðini er stevnan eisini vorðin attraktiv hjá fólki, ið ynskja eina øðrvísi uppliving.

Útoyggjastevnan - savnandi átak

Glóðin • nr. 12 • 2017

17


BJARNAFOSSUR OG SVÍNOYGGIN Í FOKUS

Bátarnir BátarnirííSvínoy Svínoyframsýndir framsýndirááÚtoyggjastevnuni Útoyggjastevnuni2012 2012

2. juni 2017 var fundur í Íverksetarahúsinum í Klaksvík, um viðurskiftir og møguleikar í útoyggj sum Svínoy. Fundurin var ætlaður at kunna um ávegis bátatiltakið í Svínoy, og einki stendur einsamalt, tí vórðu ferðavinnan og aðrir møguleikar í Svínoy eisini viðgjørdir um somu leið. Tað var Ólavur Hátun, umboðandi áhugafelagið Bjarnafossur í Svínoy, ið var stigtakari til fundi. Fundarstjóri var Halgir Winther Poulsen. Tey, sum tóku lut á fundinum, vóru umboð fyri Klaksvíkar kommunu, umboð fyri Landsstýrið og umsiting, umboð fyri Landsverk o.a. viðkomandi stovnar. Eisini vóru limir í felagnum Bjarnafossi til staðar. Signhild V. Johannesen, varaborgarstjóri, setti fundin. Hon vísti á áhugan hjá Klaksvíkar kommunu at tryggja menning av Svínoynni, nú Svínoy er partur av kommununi. Jógvan Ravnsfjall greiddi síðani frá støðuni við gomlum bátum í Norðoyggjum, sí brot úr hansara framløgu. Ólavur Hátún, ið tók fyrsta stigið til hesa verkætlan, hugleiddi afturlítandi og framskoðandi um viðurskiftir í Svínoy. Røðan hjá Ólavi er prentað á næstu síðu.

18

Glóðin • nr. 12 • 2017

Fríðrik Heinesen, umboð fyri Landsverk, vísti hvørjar loysnir hava verið á tekniborðinum seinnu árini, at bøta um ferðasambandið til Svínoyar, alt frá havnini yviri í Havn til undirsjóvartunnil og rennistrong. Maurice Andrey, ið umboðar felagið Garaventa, ið selur slíkar rennistrongja-loysnir, vísti á møguleikar, ið liggja í einari slíkari loysn. Sí meira um rennistrongin á næstu síðu. Sjúrður Jacobsen, sum í fjør keypti smoltstøðina í Svínoy frá Bakkafrosti, hevði framløgu um sína ætlan at ala roynkilsi. Loyvini vóru ikki fingin enn, men vónirnar eru góðar. Eydnast hetta tiltak, er talan um 4-6 ársverk, ið koma at gera munandi gagn í oynni. Gunnar Bjarnason, cand. agro, vísti sítt spennandi hugskot at broyta seyðahaldið í Svínoy, fram. Talan var um eitt seyðahús, ið rúmar um túsund seyðum. Tá verður seyðurin røktur inni í vetrarhálvuni. Hetta kemur sambært Gunnari at geva betri úrtøku og verja okkara hart troytta lendi. Tróndur Leivsson, stjóri á Búnaðarstovuni, hevði verið í Svínoy, í sambandi við virksemi hjá felagnum Bjarnafossi. Har var hann kunnaður um eitt hugskot at byggja smáttur í bygdini. Men Tróndur sá aðrar møguleikar enn nýggjar smáttur. Hann greiddi frá sínum hugskoti um

Gunnar Bjarnason

Sjúrður SjúrðurJacobsen Jacobsen

í staðin at laða gomul gróthús uppaftur, og bjóða tey út til býli í staðin. Ein øðrvísi og meira autentisk uppliving hjá ferðafólki, meinti hann. Hetta kundi samstundis varpað ljós á grótlaðing sum elligamalt siðbundið handverk, og søguna um hetta, ið enn stendur væl ritað í okkara landslag. Eftir framløguna hjá Útoyggjafelagnum, um tørvin á ítøkiliga at stuðla teimum, ið seta í verk tiltøk á útoyggj, sí framløguna í aðrastaðni í blaðnum, var tað Guðrið Højgaard, frá Visit Faroe Island, ið hugleiddi um týdningin av ferðavinnuvirksemi á útoyggj, og tí stóra áhuga, ið ferðafólk hava fyri at vitja Útoyggjarnar.


Svínoyggin í mínum hugaheimi Hugleiðing hjá Ólavur Hátún, á tiltakinum Bjarnafoss og bátarnir í Svínoy Fólk kunnu undrast á, hví havnarmaðurin rokast so mikið uppi í viðurskiftum í Svínoy. Grundgeving in er tvinnanda: í fyrra lagi tann, at eg var føddur svíningur, livdi míni sjey fyrstu ár har á oynni og havi almikið av góðum minnum hiðani – minnir, sum vakna við av nýggjum, hvørja ferð eg snari inn um Dragan og aftur seti fót á land – minnir um fagrar summardagar, tá sóljur lýstu í giljum, smæran angaði um teigar, tá bátar komu borðfullir aftur av útróðri, og menn reinsaðu fiskin niðri á klettinum, meðan æðurnar smoygdu sær millum beinini at fáa sær burturav, tí friðað var á Svínoyarvík og fuglur firnaðist hvørki bát ella fólk. Men eisini vetraródnir sita enn í huganum, tá tað brakaði í húsunum í kvirrum óhugnaløtum og skalv upp undir stormherðindini, og brimgangurin kundi gerast so ógvisligur, at tað ta einu ferðina um morgunin frættist, at høsnarhúsið hjá Mikkjali við øllum hønunum var farið í havið. Úr skúlavindeyganum omanfyri sá eg tá seinni á morgninum, at menn vóru farnir at bera møblar út, tí vandi var fyri, at sethúsini skuldu fara sama veg. Men eisini um veturin vóru serstakar hugnaløtur, og hóast eg seinni í lívinum havi upplivað hátíðarløtur í hugnaligum bygdarløgum aðrastaðni, so havi eg ongastaðni upplivað tann serstaka jólastemning, sum setti dám á alt og øll um jólini í Svínoy. Men annað, sum hevur livað eftir í huganum frá Svínoyartíðini, vórur bátarnir niðri við neystini, sum vit sum smádreingir ofta spældu okkum í, og tað bátasmíð, sum pápi mín eisini var partur av. Mangan hevði hann seinni sín lærumeistara Pól Jóhannes, Pollarin kallaður, á orði, og glaður var eg, tá vit fingu tað í lag, at gamli meistarin kom suður til

Ólavur Hátún, røðar í Íverksetarahúsinum í Klaksvík 2. juni 2017

Havnar at vera við, tá mín seinasta snekkja skuldi smíðast – hon sum fekk navnið “Svíningur”. Samarbeiðið millum gomlu vinmenninar – nú báðir um 70-ára aldur – tók seg uppaftur, og spennandi var tað í nýggja bátaskúrinum í okkara havagarði at fylgja við, tá sett varð í bakkastokk, reisingarnar við teirra serstaka spenningsdámi vóru settar upp, borðini so við og við rullað uppfyri, stokkar lagdir á og skapið við passaligari yvirskering var fullført við tí serstaka svínoyarlagnum, har æsingar, æsingarknæ og ennispónur funnu saman í eina eleganta savning sum skorin úr heilum. Ja, bara tað at sita og eygleiða handalagið var ein uppliving í sjálvum sær. Um hesa tíð kom eg ofta til Svínoyar aftur og varnaðist tá, at tað í neystum har norðuri stóðu sonn listar verk av bátasmíði eftir Pól Jóhannes og pápa Pól í Norðnastovu í Mikladali. Prátaði tá ofta við mín besta vinmann frá barnaárum í Svínoy Bjarna Jacobsen um møguleika fyri einum bátasavni til varðveitslu og til at sýna fram sum mest av serstøku bátum, sum so fá vistu um. Fekk tá at vita, at ætlan hevði verið um eitt bygdarhús við bátagoymslu í kjallaranum. Grundstykki var fingið til vega ovalaga í bygdini, men í teim mongu farnu árunum var ikki meira hent í málinum. Høvi til at fáa alt hetta vala handverk fram í ljósið aftur kom við Út-

oyggjastevnuni 2012 í Svínoy. Menn vóru tá fúsir at fáa bátarnar útum. Har bleiv skrubbað og skavað, smurt og málað, og mong eru tey, sum enn taka til ta serligu sjón, tá allir hesir vøkru bátar stóðu so nýupppussaðir á rað niðri á helluni. Henda vakra sjónin endurtók seg við einum heldur minni úrvali á Ólavsøku í Havn árið eftir, og á Sjómannadegnum í Klaksvík í fjør mundi tað vera ein hæddarløta, tá tann fagri Svínoyar­flotin full­ mannaður kom rógvandi hvør eftir annan inn um Kósina. Men nú man vera nóg mikið við hesari gamla manna nostalgi og heldur loksins fara yvir til nakað meira konkret: Saman við nevnda bátaaktiviteti búnaðist tankin alt meira um veruliga at fáa eitt bátasavn í lag í Svínoy, og við hesum sum fremsta endamáli var áhugafelagið Bjarnafossur stovnað 22. juni 2013. Ymiskir tankar hava verið frammi um hvar og hvussu; men støðan er nú tann, at okkum er tryggjað grundstykki til savnið, ymiskir stovnar hava góðtikið, at bygt verður har, tekning er fingin til vega, og trý byggifirma í Klaksvík hava fingið hesa tekning við áheitan um at geva tilboð um at byggja. Hesi tilboð hava vit fingið lyfti um at fáa til handa í næstu framtíð, og tá avgerð tá er tikin um besta boðið, verður eftir at fara út at finna fígging, so ætlanin kann gerast veruleiki. Glóðin • nr. 12 • 2017

19


Bátasmíð í Norðoyggjum Jógvan Ravnsfjall, fornfrøðingur

Jógvan Ravnsfjall

“Gævi, at hann verður bæði høgdur og brendur” vóru orðini hjá eldri konu, Tá bátur var flotaður fyrstu ferð fyri uml. 100 árum síðani. Soleiðis byrjaði Jógvan Ravnsfjall sína framløgu, sum hann hevur frá manni, sum smádrongur hoyrdi hesi orðini verða søgd. Sum smádrongur helt hann hesa útsøgnina vera løgna, men seinni sum vaksin skilti hann, at hon ynskti bátin brendan av elli, heldur enn at ganga burtur. Fyri at kunna búgva í Føroyum var neyðugt at hava far, so farast kundi úr oyggj í oyggj, greiddi Jógvan Ravnsfjall frá, og báturin hevur stórt pláss í søgu føroyinga, og tað eru hópin av sagnum og søgum, har báturin er nevndur, og tók hann fram sagnir úr Norðoyggjum, um Floksmenninar, Rasmus í Haraldssundi, Páll Fanga og Guttorm í Múla, har báturin í sagnunum hevur týðandi leiklut. Talið av bátum vísir tørvin á bátinum, og frá bátaskrásetingum í 19. øld hava vit tøl, ið vísa hvussu bátatalið var í Norðoyggjum. Um ár 1800 eru 83 bátar til 190 mans. Um 1860 eru 106 bátar til 315 mans, har mesti vøkstur er við 4-manna førum. Um 1900 eru um 230 bátar, mesti vøkstur í 4- og 6-manna førum.

20

Glóðin • nr. 12 • 2017

Samanbera vit hetta við fólkatalið í Norðoyggjum, síggja vit, at tað um 1800 vóru uml. 600 fólk og um 1900 uml. 2100 fólk, so hesi 100 árini var bátavøksturin uml. 180 % meðan fólkavøksturin var uml. 250 %. So bátavøksturin hevur verið ógvuliga stórur, tá hugsað verður um, at fleiri mans skuldu í bátin til ein útróðrartúr, og helvtin av fólkunum, konufólkini, tóku ikki lut í útróðrinum. Fleiri menn vóru eisini farnir til skips i seinnu helvt av 19. øld, men teir menninir róðu út um veturin. Ofta verður sagt, at tá ið bátsbandið varð avtikið í 1865, vórðu treytirnar burtur, sum forðaðu fríum útróðri og tí vaksandi bátatalinum, men vøksturin í útróðrinum tók seg upp væl áðrenn tað. Heldur vóru tað aðrar umstøður, ið lógu í tíðini, tá bóndasamfelagið broytist og meira fiskivinna tekur seg upp. Í Norð­ oyggjum fekk tað stóran týdning, at kongaligi úthandilin í Klaksvík fór at taka móti ráfiski í 1845. Við tað, at høgligari var at slepa av við fiskin, vaks útróðurin nógv og brúk var tí fyri fleiri bátum og sostatt eisini fyri fleiri monnum, ið kundu smíða bátar, bátasmiðum. Fleiri menn lærdu seg tá bátasmíðið, og nakrir komu at verða bátasmiðir burturav. Utróðurin við róðrarbátum helt á væl inn í 20. øld. Fyrst í øldini komu motorbátarnir og seinni vórðu motorar settir í róðrarbátarnar, og so seinni fingu vit smíðaðar maskin­ bátar. Hetta gjørdi tað, at onkrir bátasmiðir í Norðoyggjum gjøgnum alla 20. øld høvdu nokk at gera við at smíða maskinbátar, og eisini smærri róðrarbátar. Mynd: Norðoya Fornminnasavn

Bátasmiðir í Norðoyggjum, tiknir fram í huganum: Símun i Norðnastovu, Mikladal Hans Jacob í Uttarstovu, Mikladal Pól i Norðnastovu, Mikladal/ Svínoy Niels Petersen, Múla Jákup á Nesi, Trøllanes/Viðareiði Jákup bóndi, Klaksvík Símun í Frammistovu, Norðoyri Johan Kirke, Kirkja Símun hjá Póli, Svínoy Poul Johannes, Svínoy Hjalmar Hátún, Svínoy Hanus Olsen, Svínoy Pól Jústinussen, Svínoy/Klaksvík Símun Jacob Johannesen á Hædd, Klaksvík Jógvan Johansen, Klaksvík Jógvan Glerfoss, Mikladal Jóhan Petersen, Norðdepli Jógvan Hansen, Hattarvík/ Tórshavn Hans Jacob Fuglø, Klaksvík Bjarni Jacobsen, Svínoy/Tórshavn Atli Jacobsen, Svínoy/Tórshavn Steingrímur Einarsson, Klaksvík / Skálavík Fleiri hava umvælt bátar, og nakrir gera tað enn, t.d. Símun Johansen, Klaksvík og Janus Østerø, Klaksvík Samanumtikið kunnu vit siga, at báturin og bátsmíð hava havt alstóran týdning, men hesin týdningur er horvin við samfelagsmenningini. Tó stendur eftir, arvurin eftir hesum siðgsøguliga handverki, ella listaverki, ið føroyski báturin til tíðir eisini umboðar. Tað er umráðandi fyri framtíðina, at vit varðveita handborna kunnleikan til bátasmíð og søguna um hetta siðsøguliga handverk. Bátarnir í Svínoy umboða hetta væl, og tí er tiltakið hjá Bjarnafossi eitt umráðandi átak.


”Sig mær, hvar tú býrt – so veit eg, hvat tær tørvar” Framløga á svínoyar-tiltaki í Íverksetarahúsinum – 2. juni 2017 – Olga Biskopstø, samskipari

Tað eru ikki somu fyritreytir galdandi fyri íverksetarar í bý og á bygd, og slett ikki á útoyggj. Tí er útsøgnin í yvirskriftini ein ynski­ hugsan, í sambandi við vegleiðing og hjálp hjá mongum, ið ynskja at fara undir vinnuligt virksemi á útoyggj. Hetta var boðskapurin hjá Útoyggjafelagnum í sambandi við tiltakið hjá Bjarnafossi, við ynski um, at hetta og onnur tiltøk verða framd, so nýtt lív verður blást í útoyggjarnar. Útoyggjafelagið er av tí áskoðan, at lokal menning er bara gjørlig, um hon verður framd av teimum lokalu – í hesum føri: teimum, sum eru búsett á útoyggj og teimum, sum hava tilknýti. Tað er eisini við støði í hesum, at Útoyggjafelagið skipar sítt virksemi og sínar verkætlanir. Lokal menning eydnast sostatt ikki, um hon verður smoygd niður yvir bygdafólkið – heldur ikki í bestu meining. Men líka so umráðandi, sum tað er at viðurkenna, at menning av vinnu, sosialum og mentanarligum virksemi mega byggja á ynski og hugskot í bygdini, er viðurkenningin av, at hetta ikki er gjørligt, uttan vitan, íblástur og atgongd til grundleggjandi tænastur. Tað er ráðandi hugsanin í Føroyum, at íverksetan natúrliga sprettir úr hugskotum hjá einstaklingum og feløg um, og at drívmegin hjá hesum er nóg mikið til at fremja tiltøkini, í onkrum føri tó saman við almennari íverksetarahjálp. Hetta er ein rímilig eygleiðing, so leingi vit eru á meginøkinum. Men tá

vit koma í útjaðaran, er støðan ikki so einføld. Serliga á útoyggj, eru geo- og demografiskar, sosialar, mentanar­ ligar, bygnaðarligar og fíggjarligar umstøður grund leggjandi øðrvísi enn á meginøkinum. Tí gevur tað ikki meining at bera økini saman og rokna við, at fólk hugsa og bera seg eins at. Øðrvísi umstøður, krevja øðrvísi loysnir, og tað er ikki fyrr enn myndugleikar og stovnar, heilt ítøkiliga viðurkenna hetta, at vit fara at síggja broytingar, og at útjaðarin fær ein rímiligan bita av samfelagskøkuni. Hvønn týdning hevur so bátaverkætlanin hjá “Bjarnafossi” fyri ferðavinnuvirksemi og menning av Svínoy? Tað fyrsta, sum skal nevnast, er at henda verkætlan sameinir bæði tey, sum eru búsett, og tey, sum kenna seg sum ein part av oynni. Hon kann gerast snúningspunktið fyri øðrum spennandi tiltøkum í Svínoy, ið skapa størv og inntøkur. Hetta er ein verkætlan, ið er sprottin úr lokalsamfelagnum, tí er hon týdningarmikil. Henda verkætlan kann føra við sær, at tænastustøðið í bygdini gerst betri, til gagns fyri øll í oynni. Men tað er bláoygt at halda, at henda, eins og aðrar verkætlanir á útoyggj, kann fremjast, lætt og uttan forðingar av øllum møguligum slag. Henda útsøgn byggir á áralangar royndir at fáa virksemi at mennast á útoyggj. Forðingarnar eru nógvar, bæði við fígging, høgum kostnaðum, vantandi tænastum og munadyggari hjálp, ið er málrættað teimum, ið ynskja at fara í gongd við virksemi.

Mynd frá útoyggjastevnuni í Hesti 2016

Men forðingar eru bara galdandi, til onkur tekur tær burtur! Í stuttum er okkara boð uppá at fáa framt tiltakið hjá Bjarnafossi og øðrum i Svínoy: Finna ein hátt at sameina og samskipa tiltøkini í oynni. Bæði tey, sum longu eru tøk, og tey, sum eru ávegis. Hjálpa til at sambinda hendur á meginøkinum við hendur á útoygg. Veita hjálp (lønt fólk), at arbeiða saman við teimum, sum varða av tiltøkunum, at fáa tey framd. Gera eina kortlegging av Svínoy, øllum søguligum og áhugaverdum støðum, og við støði í hesum skipa kunning og marknaðarføring fyri tey, sum eru sinnað at taka lut í ferðavinnu. Klaksvíkar kommuna, saman við staðbundu nevndini, Útoyggjafelagnum o.ø. viðkomandi pørtum, eiga at samstarva um, og stuðla undir at fáa tað, sum er nevnt omanfyri, framt. Hugskot at skipa vinnu og tiltøk í Svínoy, tróta ikki. Á Bygdafundi í oynni komu ikki minni enn 35 ymisk hugskot á borðið. Tí hava vit, svart upp á hvítt, at hugflognum feilar einki – tað er í umstøðurnar, at forðingarnar liggja.

Glóðin • nr. 12 • 2017

21


Útoyggjarnar eru perlur í føroyskari ferðavinnu, men ferðavinnan krevur hendur og hugflog, hon krevur samskipan og umhugsni, serstakliga tá ið ræður um verju av náttúru og umhvørvi. Mynd úr Skúgvi á Útoyggjastevnuni 2015

Spor í náttúruni

Ein spurnakanning um ferðavinnu og umhvørvi á útoyggj Útoyggjafelagið skipaði í vár fyri kanning, ið hevði til endamáls at savna saman hugsanir og hugskot, so felagið kann orðað eitt uppskot til, hvussu ferðavinnan á útoyggj á besta hátt kann skipast og samskipast. Kanningin skal eisini geva eina ábending um áhugan at reka ferðavinnu á útoyggj. Niðanfyri eru er stutt lýsing av úrslitinum av spurnakanningini. Seinni í summar kemur ein drúgvari frágreiðing, ið inniheldur bæði hetta tilfarið og úrslit frá meira djúptøkum samrøðum við íbúgvar á útoyggj. Í september 2017 skipar Útoyggjafelagið fyri ráðstevnu um ferðavinnu og íverksetan í útjaðaranum. Málið er at leggja samlaða tilfarið fram tá. Niðanfyri vísa vit tó tær ábendingar, ið spurnakanning hevur givið okkum. Kanningin fevnir um 446 svar frá fólki, sum eru búsitandi á útoyggj, fólki við tilknýti til útoyggjarnar og fólki við áhuga fyri at menna útoyggjarnar. Til fleiri spurningar var gjørligt at seta meira enn ein kross.

Hvat skulu útoyggjarnar bjóða fram í ferðavinnuni? Tey allar flestu siga, at søgur og sagnir eru týdningarmiklar í ferðavinnuhøpi. Næst kemur lokali maturin og frásagnir um matmentanina í oynni, og sum nummar trý kemur tørvurin á at bjóða ferðapakkar fram, ið innihalda gistig, mat, gongutúrar Áhugin fyri útoyggjunum Tey flestu tvs. 64% siga, at teirra og frásagnir. Ferðapakkar til serligar áhugi fyri útoyggjunum stavar frá kundabólkar og aktivitetir úti í nátteinum ynski um at menna útoyggjar- úruni skora eisini høgt. nar. Fyri 32% stavar áhugin frá, at tey antin eru búsett á útoygg, hava Er ferðavinna á útoyggj gjørlig? familju ella eru ættað hiðani. 17% Í kanningini siga 29%, at tey meta, at eiga jørð ella hús á útoyggj, og 7% ferðavinna er serliga væl gjørlig á hava áhuga, tí tey arbeiða við náttúru útoyggj, meðan 56% siga rímiliga væl gjørlig, einans 4% siga at ferðavinna ella gransking.

Bústaður Tey, sum hava svarað, eru javnt býtt kring alt landið. 31% búgva í lítlari bygd ella á oyggj uttan fast samband. 4% eru útisetar, og tey írestandi 75% búgva á størri plássum ella í Tórshavn.

Kvinnur, menn og aldur Av teimum, ið hava svarað, eru tað 60% kvinnur og 40% menn. 5% eru yngri enn 20 ár, 13% millum 20 og 30 ár, 41% millum 30 og 50 ár, og 41% eldri enn 50.

Mynd: Bárður Mikladal

22

Glóðin • nr. 12 • 2017


Umleið 50% vilja taka lut í ferðavinnu, um tað stuðlar undir at menna oynna. Tað eru eisini mong, uml.36 %, ið vilja taka lut, um tað skapar størv og inntøku.

Mynd: Bárður Mikladal

Skúgvoyar kirkja, á Útoyggjastevnuni 2016. Svanhild av Kirkju og Jørmund úr Hesti.

als ikki er gjørlig. Hetta meta vit at vera sera gott, tí tað verður ofta ført fram, at fólk ikki trúgva uppá, at ferðavinna er gjørlig, og at økini eru ov veik.

siga, at náttúran er viðbrekin, og tað má ferðavinnan laga seg til, og 37% siga, at tað er náttúru og umhvørvi, ið ferðavinnan skal liva av, tí má hon verjast.

Hvat skal gerast fyri at fáa ferð á ferðavinnuna? Her meta 56%, at tað er neyðugt at veita hjálp og vegleiðing til at seta vinnutiltøk í verk. 45% halda, at stórur tørvur er á betri atgongd til fígging, og 51% eru sannførd um, at kommunan og bygdarfólkið skulu skipa eina ferðavinnueind og ”kunningardisk” í oynni, sum skipar samstarv og netverk. 41% halda, at tey, sum reka ferðavinnu á útoyggj, skipa seg sjálvi í felag at samskipa tiltøkini í oynni. Hvat skal fáa fólk at taka lut í ferðavinnu? Her er myndin sera greið. Umleið 50% vilja taka lut í ferðavinnu, um tað stuðlar undir at menna oynna. Tað eru eisini mong, uml.36 %, ið vilja taka lut, um tað skapar størv og inntøku.

Men hvussu skal náttúran verjast? Her eru svarini í høvuðsheitum býtt soleiðis: 73% siga, at greiðar reglur skulu vera fyri, hvussu fólk ferðast í landslagnum. 64% meta, at greið kunning skal handast øllum, sum koma á útoyggj, har tað stendur, hvat tey skulu taka atlit til, og 59% eru sannførd um, at tørvur er á greiðum reglum fyri, hvussu nær bjørgunum bátar kunnu sigla. 57% siga, at skelti, vegvísarar ella onnur kunning eigur at vísa greitt, hvar fólk kunnu ferðast ella ikki. Eisini inni í bygdini. 42% meina, at øll ferðafólk, ið ynskja at brúka oynna, tvs. ganga túrar o.a. skriva seg inn á lokalari ferðavinnustovu, ”kunningardisk”, og fáa handað eitt kort og kunning um oynna fyri eitt gjald. 39% halda, at tørvur er á nýggjari náttúruverndarlóg.

Atlit til náttúru og umhvørvi 57% siga, at tað í sera stóran mun skal takast atlit til náttúruna. 56%

Hvat eiga myndugleikarnir at gera? Meira enn 50% siga, at tørvur er á at

gera lógir og greiðar ásetingar, so øll vita, hvørjar karmar tey hava at virka innanfyri. 48% meina, at myndugleikarnir eiga at hjálpa og stuðla, bæði fíggjarliga og við ráðgeving, so ein burðardygg ferðavinna kann mennast á útoyggj, og til seinast, men ikki minst siga 41%, at land og kommunur eiga at tryggja, at samferðsla og aðrar tænastur eru í topp, so ferðavinnan kann mennast. Gjøld í ferðavinnuni Svarini til henda spurning eru ikki eins greið og til hinar spurningarnar. Men tað, sum tey flestu, tvs. 34% halda, er, at øll ferðafólk, sum koma til Føroya, eiga at gjalda eitt avgjald, ið verður lagt í grunn, at stuðla íverksetan av ferðavinnu. 34% siga, at eingin kann fara til gongu í fjøllini, uttan við ferðaleiðara, ímóti gjaldi, og 26% svara, at tey, sum reka ferðavinnu sjálvi eiga at gera av, hvat ferðafólkini skulu gjalda fyri. Til seinast eru tað 22%, sum siga, at tey búsitandi á hvørji einstakari útoyggj gera í felag av, um gjøld skulu áleggjast ferðafólki og hvussu nógv.

Glóðin • nr. 12 • 2017

23


Meginendamálið við umvælingar- og endurreisingararbeiðinum í Koltri síðan 1987 hevur verið at varðveita tann materiella mentanararvin í bygdu økjunum í Koltri. Við avtaluni um víðkaða friðing av øki frá 1995 varð eisini víst á, at dentur eisini skal leggjast á at varðveita mentanarliga landslagið.

Myndirnar eru úr Koltri 2016 ­ tiknar av Bárður Mikladal

24

Glóðin • nr. 12 • 2017


Grundleggjandi bygnaðarligar broytingar í Koltri Skrivað: Bjørn Patursson

Í apríl 2013 boðaði táverandi Løgmaður frá, at Koltur sum málsøki skal flytast frá landsstýrismanninum í landbúnaðarmálum til landsstýrismannin í mentamálum og at gerast skuldi ein antikvarisk serskipan fyri oynna. Hetta merkti, sambært løgmansskrivstovuni, at Koltur skal vera ”ein integreraður partur av øðrum søvnum landsins, soleiðis at oyggin hereftir er undir umsjón av starvsfólki undir Mentamálaráðnum ella sum Mentamálaráðið hevur gjørt avtalu við. Harumframt er tað Mentamálaráðið, sum kemur at varða av øllum møguligum framtíðar lógar uppskotum burturav viðvíkjandi Koltri”. Fráboðan Løgmans merkir, at umsiting av teimum antikvarisku virðunum í Koltri nú er skipað sum eitt alment starv undir einum landsstovni og ikki longur sum ein ábyrgd, ið er løgd til ein privatan vinnurekandi, sum ein festari er. Fyristøðumaður varð settur at hava umsjón við oynni 1. januar 2015 og er Koltur nú ein integreraður partur av Søvnum Landsins. Stevnumið Meginendamálið við umvælingar- og endurreisingararbeiðinum í Koltri síðan 1987 hevur verið at varðveita tann materiella mentanararvin í bygdu økjunum í Koltri. Við avtaluni um víðkaða friðing av øki frá 1995 varð eisini víst á, at dentur eisini skal leggjast á at varðveita mentanarliga landslagið. Harumframt verður í Koltursvisiónini frá 1999, har útgangsstøðið er, at Koltur er ein liður í landbúnaðarskipanini við landbúnaði sum høvuðsbúskapi, skotið upp, at býlingurin Heimi í Húsi verður “eitt arbeið-

andi útisavn við tilhoyrandi mentanarlandsløgum og húsdýrahaldi, nakað sum Historisk-Arkæologisk Forsøgscenter í Lejre, som eisini virkar sum ein vitanarnámsfrøðiligur ítrivsdepil, har endamálið er at miðla fortíðina og mentanarliga støðið undir henni”. (Koltursvisiónin 1999, s. 6). Nú avgerð er tikin um, at Koltur skal umsitast sum mentamál, eru fyritreytirnar fyri hesum í eygsjón. At virka fyri at varðveita ikki einans tann materiella mentanararvin, men eisini tann immateriella mentanararvin, har varðveitingin fer fram gjøgnum læring og luttøku í sambandi við traditiónir, er eitt stevnumið, sum er beinleiðis knýtt at UNESCO sáttmálanum frá 2003 um vernd av tí immateriella mentanararvinum. Nú avgerð er tikin um, at ein antikvarisk serskipan skal setast í verk, eru eisini møguleikar fyri at venda aftur til hugsjónirnar frá 1990 um serliga náttúruvernd av vísindalig um orsøkum, við skipan av økjum í Koltri við støði í hesum og stovnan av feltbiologiskari støð. Mett verður kortini, at skulu hesi áhugamálini fremjast, er neyðugt at røkka teimum innan karmarnar fyri teirri mentanarfrøðiligu áhugamálunum. Sett verða tí hesi stevnumið sum grundarlag fyri Koltursætlanini: • At varðveita og miðla materiellan mentanararv og mentanarlandsløg í Koltri. • At virka fyri at varðveita og miðla immateriellan mentanararv í sambandi við Koltur. • At skapa karmar fyri vísindaliga grundaðari náttúruvernd. • At skipa varðveitingarvirksemið eftir leiðreglum hjá UNESCO.

Virðismikil mentunararvur Seinastu árini hevur verið víst á, at sett eigur at verða sum mál at fáa í lag eina skipan í Koltri, sum tryggjar og varðveitir mentanararv og náttúruarv í Koltri sambært altjóða leiðreglum og skipanum, og um gjørligt at fáa altjóða viðurkenning av verndararbeiðinum. Í sambandi við hetta hava hugtøkini “tjóðgarður” og “tjóðgarðsfesti” verið at hoyrt í sambandi við Koltur seinastu árini. Hugtakið “tjóðgarður” ella “national park” er kent í altjóða fyriskipan um vernd, nevniliga í skipanunum um náttúruvernd hjá altjóða felagsskapinum IUCN (International Union for Conservation of Nature). Í Koltri eru tað kortini serliga mentanararvsvirðini, ið dentur hevur verið lagdur á. Arbeiðið við tílíkum virðum verður í altjóða verndararbeiði grundað í UNESCO sáttmálanum um heimsarv 1972 (Convention for the protection of the World Cultural and Natural Heritage). Um tað ber til at røkka máli um altjóða viðurkenning eftir hesum sáttmálum, er óvist. Tað krevur nágreiniligt fyrireikingararbeiði við støði í varðveitingarstøðuni og síðan, at onnur enn vit sjálvi meta um verndar virðini og dygdina í teirri vernd, sum vit fyriskipa. Arbeitt verður miðvíst við eini heildarætlan Uppgávan hjá Søvnum Landsins er nú, saman við avvarðandi pørtum, at skipa eina heildarætlan fyri Koltur. Arbeiðið er komið áleiðis, men enn er ikki rokkið á mál.

Glóðin • nr. 12 • 2017

25


NÁTTÚRUVERND - EITT ÁLVARSMÁL! “Pápi, fái eg ein smakk av fugli, áðrenn einki er eftir?” Hetta spurdi smádrongur á útoygg pápa sín, tá hann sá og hoyrdi skjóttgangandi bátar sigla krig oynna og skjóta fugl. Í oynni var ikki loyvi at fleyga lunda ella taka fugl yvirhøvur, tí mett varð at eitt stovnarnir vóru í vanda. Gamla siðvenjan at fara í bjørgini at veiða og røkta, og lærdómurin at síga og fleyga, varð settur til viks fyri at verja fuglin. Tí var tað sjálvsagt hugstoytt og beinleiðis meiningsleyst, fyri faðir og son, at síggja, at júst sami fuglur, sum oyggin royndi at verja, varð skotin, frá skjóttgangandi bátum, so skjótt hann fór úr bjørgunum, á veg til havs. Øll náttúruviðurskifti í Føroyum eiga at skipast av nýggjum Stundin er komin, at Føroyar fáa skipað alt náttúruøkið av nýggjum og at dagføra lógarverkið, so tað megnar at liva upp til krøv í einum nútímans samfelag. Hetta heldur Útoyggjafelagið, og hetta halda tey flestu av teimum, ið vilja verja og varðveita eina fjølbroytta og óspilta náttúru. Náttúruverndarlógin má dagførast, og peningur setast av til gransking, kanningar, teljingar og skrásetingar. Vitanin um føroysku náttúruna er ov lítil, og tað mangla neyðugar heimildir í lógarverkinum, eitt nú at tálma skjóting av øllum fugli. Ramsar - í Føroyum Føroyska luttøkan í Ramsar-verkætlan ini krevur, at politiski myndugleikin ger átøk, ið eru kravd, sambært sáttmálanum um Ramsar-økið. Krøvini eru ikki fá, sæð í mun til tað, sum annars verður gjørt á náttúruøkinum, tí umframt kunning

26

Glóðin • nr. 12 • 2017

verður eisini kravt, at økini hava greiða verju av fuglinum í og kring oyggjarnar, sum eru við í Ramsar. Í løtuni er kunngerð til hoyringar hjá eitt nú Útoyggjafelagnum. Kunngerðin: ásetir reglur um sigling kring Nólsoy, Skúvoy, Mykines og Mykineshólm, sum eru útnevnd Ramsar øki sambært Ramsarsáttmálanum. (Niðanfyri er brot úr kunngerðini - Mál: 17/00497-2 – Heilsuog Innlendismálaráðið) Treytir fyri sigling § 2. Bannað er at sigla skjótari enn 5 fjórðingar um tíman nærri enn 500 metrar úr landi á teimum økjum kring Nólsoy, Skúvoy, Mykines og Mykineshólm, sum eru tilskilað í fylgiskjali til kunngerðina. Forboðið er galdandi í tíðarskeiðinum 1. mai til 15. august. Stk. 2. Í tíðarskeiðinum 1. mai til 15. august er bannað at sigla við vatnskutarum nærri enn 500 metrar úr landi kring Nólsoy, Skúvoy, Mykinesi og Mykineshólm. Allar oyggjar eiga somu verju sum Ramsar økini At skjóttgangandi bátar sigla heilt inn undir bjørgini, tá fuglur reiðrast, hevur í nógv ár verið ein trupulleiki fyri flestu útoyggjar. Hetta hevur Útoyggjafelagið eisini gjørt myndugleikunum greitt í fleiri umførum, og tí er tað gleðiligt, at tað kemur ein kunngerð, ið forðar hesum. Men henda kunngerð, eigur ikki bert at fevna um Ramsar økini, men galda fyri allar útoyggjarnar. Tað gevur lítla meining, um hesir somu bátar, ið halda seg t.d. 600 metrar úr landi, tá teir nærk­ ast Skúgvi, fara heilt inn undir bjørgini, tá teir koma til Stóru Dí­ mun. Dagføra fuglaveiðulógina. Í sambandi vit kjakið um ferðavinnu og umhvørvi, og kjakið sum heild, at verja fuglin í Føroyum, hava vit valt

at taka eitt brot úr einum bloggi hjá Sjúrði Hammer, fuglafrøðingi, ið eftir okkara tykki lýsir viðurskiftini væl (Kelda: Føroya Fróðskaparfelag 13. oktober, 2011 Sjúrður skrivar soleiðis: ”Er tað skynsamt at loyva ótálmaðari skjóting av nøkrum fuglasløgum? Í prinsippinum kundi ein skotið hvørja likku, fiskimása, kráku, ravn, skúgv og kjógva, sum er í Føroyum. Hetta hoyrir ikki heima í einum framkomnum samfelag, sum marknaðarførir seg við at vera óspolerað. Allur fuglur átti at verið friðaður í verpingartíðini. Tað gongur heldur ikki bert út yvir fuglin, ið verður skotin, at slíkt verður gjørt”. Fuglaveiða má skipast Sjúrður heldur fram: ”Fleiri túsund nátar verða tiknir um árið. Nógvur svartfuglur verður skotin, og nógvir másar verða skotnir ofta bert sum venjing, men nágreiniliga hvussu nógv verður tikið, vita vit ikki. Í veruleikanum vita vit heldur ikki, hvussu stórur stovnurin er, ella hvørt gongdin er vaksandi ella minkandi. Um vit framhaldandi ætla at troyta hetta náttúrutilfeingið skynsamt, sum fyrr átti lívið í mongum føroyingi, so eiga vit at raðfesta stovnsmetingar og regluligar støðukanningar, sum kunnu geva ábendingar um gongdina. Veiðuloyvi eiga somuleiðis at verða útskrivað, so at yvirlit kann gerast yvir, hvussu nógv verður tikið úr stovninum hvørt ár. Helst hevur man lyndi til at yvirmeta, hvat ið politikkur kann avrika, men eg meti, at nøkur av hesum málunum kunnu og eiga at takast upp á politiskum stigi. Øll málini hava (ella áttu at havt) almennan áhuga. Nógv av hesum arbeiðinum at verja føroyska náttúru hevur við manglandi tilvitan hjá vanliga føroyingum at gera. Vit hava eina náttúru, sum vit eru errin og glað um, men hetta verður tíanverri ikki umsett til økta virðing fyri henni. Serliga er vandin fyri


náttúrufrøðiligari analfabetismu í býunum, og loyvi eg mær at pástanda, at hetta longu er farið at vísa seg. Her hava náttúrustovnar, áhugafeløg og skúlar ein stóran og týdningarmiklan leiklut at spæla. Upplýsingartilfar átti t.d. at verið gjørt um innræsin djór og plantur, og um, hvønn týdning tað hevur at verja føroysku náttúruna ímóti hesum”. Yvirlit yvir sjáldsom plantu- og fuglasløg Í 2005 kom ein frágreiðing frá Føroya Náttúrugripasavni, ið var nevnd ”Náttúrulýsing lendi og sløg”. Hetta var ein frágreiðing um reyðlistaflokking av plantum og fuglum. Kelda: Føroya Náttúrugripasavn 2005) Frágreiðingin er væl grundað og drúgv, men hetta brotið úr innganginum sigur nógv um støðuna

hjá føroysku náttúruni. M.a. stendur soleiðis at lesa: Endamálið við at gera ein reyðlista er at fáa eitt yvirlit yvir sjáldsom plantu- og fuglasløg, ið eru í vanda fyri at doyggja út, um fyrilit ikki verður havt. Tær plantur, sum mett er um í fyrstu atløgu, eru tær, sum í Føroyskari floru eru markaðar sum sera sjáldsamar, t.e. at tær bert eru funnar á færri enn 10 vakstrarstøðum. Teir fuglar, sum mett er um, eru teir, sum verða roknaðir at vera ella hava verið búfuglar í Føroyum. Á samlaða listan eru komin tilsamans 74 plantur og 54 fuglar og í sonevndu hóttanarbólkarnar eru komin 45 plantur og 54 fuglar. Hetta vísir at føroyska náttúran er hótt, og at vit eiga at taka avgjørd stig til tess at verja hana. Frágreiðingin er frá 2005, og okkum vitandi er lítið ella onki hent á økinum síðani tá.

"Tað nyttar einki at selja Føroyar, sum óspiltar, um einki verður gjørt fyri at tryggja, at náttúran ikki verður oyðiløgd"

Myndiin er úr Skúgvi, av navnabretti á einum húsum í bygdini

Væl komin til Mykines

Sørvágs Kommuna l FO-380 Sørvágur l Tlf. +298 363200 l sorvag@sorvag.fo l sorvag.fo Glóðin • nr. 12 • 2017

27


Ræningingarsiðvenjan Skrivað: Brandur H. í Funningsstovu, lesandi á Søgu og Samfelagsdeildini ella bara á Setrinum Myndir: Andru Emil Jensen og Regin Arnason Jensen. Myndirnar eru frá ræning í ár og í fjør

28

Glóðin • nr. 12 • 2017

Fríggjadagin 19.mai vóru skúvoyingar og rændu havhestaegg. Hesin aldargamli siður verður enn hildin í hevd, hóast tað ikki longur verður rænt á hvørjum ári. Nú veldst um, hvørji eru tøk og hava stundir, hug og ikki minst áræði til at lyfta uppgávuna. Upp til miðskeiðis í 90’unum varð rænt eftir havhestaeggum á hvørjum ári, og sum oftast tveir fylgjandi dagar. Tað gav eisini sum oftast fleiri túsund egg tilsamans. Fleiri høvdu á orði, tá riggað varð til á morgni, at tað sá út, sum ælingar vóru ávegis. Tó vísti veðurforsøgnin komandi dagarnar, at hetta var helst fragasti dagurin, um farast skuldi um hetta mundið. Eitt stórt toymi frá BBC var við fyri at dokumentera dagin frá morgni til myrkurs, fyri at fáa tilfar til eina sending. Um hetta var við til at gera, at farið varð í ár, skal eg ikki úttala meg um, men so fámentir eru skúvoyingar eftirhondini, at tað er ikki lætt at savna kreftir til felagsræning longur. Hetta fyrst og fremst av tí, at tað krevur væl av fólki at rigga til, bera línur, lærabond og aðra útgerð og ikki minst at draga menn upp aftur úr berginum. Eitt skifti nýttu skúvoyingar traktor at draga línuna við, men av trygdarávum er farið aftur til gamla háttin, har drigið verður við kropstyngd og handamegi við sokallaðum prestastigum, sum er ein háttur at ganga í sama stevi afturá. Tá er nevniliga ikki gjørligt at slíta línuna, skuldi hon skorað seg fasta í onkra kloyvu. Rænt varð í tveimum rókum norðuri á oynni, nevniliga í Spinuni og í Sornsrókum.

Í Spinuni vóru tríggir yngri menn. Andru Emil Jensen hevði verið har 2 ferðir áður og kundi tí leggja hinum lag á; Jens Andrias Henriksen, ið hevði verið eina ferð áður, og Regin Arnason, ið royndi eitt tílíkt sig fyrstu ferð. Tað eru á leið 40 favnar niður. Í Sornrókum, eitt 60 favna sig, vóru Harry Jensen og Brandur í Funningsstovu, og hetta var fyrstu ferð í eini 15 ár, at rænt varð í hesum plássi. Harry er ein tann royndasti bjargamaðurin í landinum, ið enn er aktivur so at siga. Undirritaði hevur javnan verið við til ræning frá barnsbeini, men tað hevur borið so á, at síðstu árini havi eg ofta verið staddur á sjónum um ræningartíð. Formaður á eggini var Herman á Rýp, ið hevði ábyrgdina fyri, at alt fór trygt og rætt fram. Herman er eisini royndur bjargamaður, men tørvur er ikki minst á, at dugnaligt og kent fólk heldur skil á í erva, fyri ikki at siga so tað yvirhøvur kann lata seg gera, nú eldra ættarliðið av bakkamonnum flest allir eru farnir um sýn. Mikkjal í Geilagarði hevði álitiskjansin at sita undir (t.e. at lata línuna út). Umframt hesar vóru nakrir fáir, men knáir menn - og ein ófør kvinna, á eggini allan dagin, og hesi fingu seg sanniliga roynd, tá dragast skuldi. BBC-toymið, eini 7 mans og ein kvinna, tóku myndir og filmaðu allan dagin og við sær høvdu tey eisini ein professionellan klintrara, at rigga til akker og línu nakrar metrar við síðuna av bjargalínuni, so teir kundu filma, tá Harry seig og tók egg ávegis upp úr rókini. Við var eisini ein føroyskur fuglafrøðingur, Sjúrður Hammer, ið hevði samstarv við filmtoymið, og sum hevði fakligan áhuga í ræningini og vildi


- anir enn í Skúgvi eitt nú taka myndir av hvørjum havhestaeggi sær. Og so høvdu teir dronur, sum vóru á flogi nógv av degnum og eisini vitjaðu niðri í niðaru rókunum. Men øll filmingin seinkaði nógv ræningina, av tí at teir vildu ofta filma umaftur, og so skuldi maðurin í línuni dragast upp og latast niður upp í fleiri ferðir. Harry tók til seinni á degnum, at nú hevði hann ikki longur tal á, hvussu ofta hann hevði rænt tað sama eggið til gagns fyri upptøkurnar. Hóast fyrraparturin, sum væntað, hevði ælaveður við sær, so var toluliga turt restina av degnum. Men út á seinnapartin vaks vindurin, so tað gjørdist kalt hjá teimum, sum vóru á eggini allan dagin. Men eysturættin gav lívd í bakkanum, so har merktu vit ikki til vind. Tíbetur komu fleiri av konunum norð við flógvum pannukøkum, og hesar lótu ikki bíða eftir sær. Tá mennirnir skuldu dragast upp aftur, var neyðugt at byrja í Sornsrókum, tá tað ikki var nóg mikið av fólki til at draga hinar upp fyrst, sum ætlað, av tí at loft er mesta partin, og sostatt ikki er møguligt at hjálpa til hjá honum, ið drigin verður. Eisini var neyðugt at fáa hjálp frá filmsfólki at taka hond í við at draga. Undir ræning er ikki lætt at leggja upp fyri øllum. Tá eg skuldi dragast upp úr Sornsrókum, vísti tað seg, at stjórin (sjórin) var ov stuttur og var um at glíða úr hondunum á Harry, sum var eftir í rókini. Tí mátti eg latast niður aftur í Høvdaskor og Harry dragast upp hagar fyrst. Men tá hevði stjórin (sjórin) sett seg fastan í ymiskan vøkstur og skursl, men við hjálp ein av einum pela frá gomlu tøkuni í Høvdaskor og eitt sindur av balansugongd bar til at loysa henda, so lærabondini kundu latast niður

aftur í Sornrøkur til Harry. Havhesturin er sum bjargafuglur flest í minking, má staðfestast; eisini um man samanber einstøku røkurnar. Men óivað verður heldur ikki lagt líka nógv fyri, tá eggini nú á døgum ikki eru eins týdningarmikið náttúrutilfeingi undir húsarhaldinum. Vit rændu 240 egg í alt, og tað gav 18 egg í part. Hetta er nógv minni, enn vanligt var, um vit bara fara aftur í 90’ini. Tá kundi somu røkur geva eini 1100 egg og fleir. Samanumtikið má sigast, at hetta var ein frálíkur dagur, sum hóast hann ikki hilnaðist so væl í úrtøku av eggum, og veðrið ikki var tað besta, so fingu øll, sum vóru við, eina góða uppliving og nøkur egg heim við sær. Fuglafrøðingurin fekk myndir av nógvum eggum, sum kanska verður við til at geva meiri vitan um havhestastovnin. Filmsfólkini mundu fáa nakrar nýtiligar myndir til eina sending, ið vónandi kann geva eina vakra og autentiska mynd av eini aldargamlari ræningarsiðvenju, ið tiðin brátt er farin frá. Men eisini haldi eg, at tað stendur greitt fyri teimum flestu, ið vóru við, at pínugáttin er nádd, hugsandi um talið av luttakandi til ræning omaneggja í Skúgvi. Samstundis fækkast og eldast royndir bjargamenn, og hetta ger tað tyngri at halda lív í siðvenjuni. Ávegis heim móti bygdini aftur nevndi onkur, um hetta mundi vera síðsta felagsræningin í Skúgvi, sum vit høvdu verið við til. Tankavekjandi og viðkomandi spurningur. Vóni tó komandi tíðir fara at síggja virði í hesari veiðimentan og at yngri kreftir fara at føra siðvenjuna víðari.

Rænt varð í tveimum rókum norðuri á oynni, nevniliga í Spinuni og í Sornsrókum.

Gott at hvíla eina løtu og njóta stórbara náttúru

Ávegis heim móti bygdini aftur nevndi onkur um hetta mundi vera síðsta felagsræningin í Skúgvi, sum vit høvdu verið við til. Tankavekjandi og viðkomandi spurningur. Vóni tó komandi tíðir fara at síggja virði í hesari veiðimentan og at yngri kreftir fara at føra siðvenjuna víðari.

Glóðin • nr. 12 • 2017

29


Við ræningardagin vóru:

Harry og Andru Emil

Í Sornrókum, eitt 60 favna sig, vóru Harry Jensen og Brandur í Funningsstovu, og hetta var fyrstu ferð í eini 15 ár, at rænt varð í hesum plássi. Harry er ein tann royndasti bjargamaðurin í landinum, ið enn er aktivur so at siga.

Herman Mikkelsen Harry Jensen Andru Emil Jensen Jens Andrias Henriksen Regin Arnason Jensen Mikkjal í Geilagarði Kjartan Hentze Jákup í Garðinum John Joensen Magna Hansen Bozena Rasmussen Dalsgaard Brandur í Funningsstovu Umframt 7 fólk frá BBC og fuglafrøðingurin Sjúrður Hammer Norð við pannukøkum komu Inga Tórarenni, Halda Hansen og Lisabeth Joensen

Skølingar, úr ull

Her liggur væl um blokkin

Í Spinuni vóru tríggir yngri menn. Andru Emil Jensen hevði verið har 2 ferðir áður og kundi tí leggja hinum lag á; Jens Andrias Henriksen, ið hevði verið eina ferð áður, og Regin Arnason, ið royndi eitt tílíkt sig fyrstu ferð. Tað eru á leið 40 favnar niður.

Myndin er frá ræning í 2016, tað er Alexandur í leggur eggini at deila

30

Glóðin • nr. 12 • 2017

Formaður á eggini var Herman á Rýp, ið hevði ábyrgdina fyri at alt fór trygt og rætt fram. Herman er eisini royndur bjargamaður, men tørvur er ikki minst á, at dugnaligt og kent fólk heldur skil á í erva, fyri ikki at siga so tað yvirhøvur kann lata seg gera, nú eldra ættarliðið av bakkamonnum flest allir eru farnir um sýn.


VÆLKOMIN TIL SKÚVOYAR

Skúvoyggin er Ramsarøki

- vit taka ábyrgd av lívfrøðiliga margfeldinum

Skúvoy ein søgurík náttúruperla

Virðismikil náttúruvernd

Dímun nýskapandi og innbjóðandi Eitt livandi náttúrusavn

Eitt livandi náttúrusavn

SKÚVOYAR KOMMUNA Skúlavegur 6 • FO-260 Skúvoy Tel: 216444 • skuvoy@olivant.fo

Glóðin • nr. 12 • 2017

31


Klaksvíkar kommuna Útoyggj og meginoyggj Í felag skapa vit framburð!

Klaksvíkar Kommuna - Postsmoga 2 - Nólsoyar Pálsgøta 32 - 710 Klaksvík - Tel. 410000 -  Fax. 410001 - klaksvik@klaksvik.fo

­ eitt virkið í m u s ú H á n ji il V

Ein av fyritøkunum í Kalsoynni er felagið Viljin hjá Magna og Hannebeth Garðalíð. Hetta er ein fyritøka, ið varð stovnað við tí aðalmáli at skapa inntøkur til familjuna Garðalíð, so tey kundu búgva á Húsum og hava sítt livibreyð har. Tey fyrstu árini vóru tung, tí alt var bygt upp frá botni av. Matur og søla av mati til tiltøk, brúdleyp o.a. var á skránni, men ein ferðafólkabátur var eisini uppií. Tað vísti seg skjótt, at báturin kravdi nógv meira orku og pening, enn ráðiligt var, tí varð hann seldur. Hóast sjúka kom upp í, um nærum sama mundið, royndu Hannebeth og Magni at

32

Glóðin • nr. 12 • 2017

manna seg upp aftur, og hetta hevur eydnast sera væl. Áræði og arbeiðsorka mangla ikki. Í dag kenna tey flestu Húsaliðið, ella tað vælmannaða lið av ungum fólki, í fyriklæði og hatti, servera mat til veitslur og tiltøk. Maturin frá Viljanum er tiltikin góður og tænastan góð. Fyri nøkrum árum síðani eydnaðist at fáa fígging til ein góðan køk á Húsum. Útoyggjafelagið fekk um somu tíð atgongd til køkin, og góðkenning frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, at rabarbusaft og aðrir útdráttir úr rabarbum og hvonn kundu framleiðast har.

vøkstri

Fyritøkan mennist støðugt Í dag hevur fyritøkan hjá Magna og Hannebeth 3 industrikøkar og kunnu røkka øllum landinum, við tað at tveir av teimum eru mobilir. Umframt at reka matstovu og catering, hevur felagið Viljin eisini alla matgerðina til starvsfólkið, ið byggir nýggju smoltstøðina hjá Bakkafrost í Ánunum. Alt tilsamans ein fyritøka í vøkstri. Til seinast er at siga, at Viljin ikki bara er ein fyritøka, ið gagnar familjuni Garðalíð. Hon er ein fyritøkan, ið hevur skapt ringar í vatninum í Kalsoynni, skapt arbeiðspláss og givið íblástur til yngra ættarliðið, at tað ber til at búgva á útoyggj og at seta sítt egna virki á stovn.


Útoyggjastevnan 2017 Á SYÐRADALI OG HÚSUM - 17.JUNI

Væl komin á útoyggjastevnu! Útoyggjastevnan byrjar á Syðradali, har tað er morgunmatur og tiltøk í bygdini. Framsýningar og frásøgur. Útoyggjafelagið hevur aðalfundin á Syðradali, og eftir tað verður gongutúrur við frásøgn til Húsar. Stevnan verður sett kl. 14 á Húsum. Jógvan Skorheim setur stevnuna. Tiltøkini á Húsum eru nógv í tali, bæði til álvara og gaman. Togtoganin er fastur táttur á stevnunum, og seinasta ár vunnu kalsoyingar steypið, bæði kvinnu og mansliðið. Matur og drekka er at fáa á Syðradali og Húsum, so eingin nýtis at ganga svangur. Kunning er um skrá og ferðaætlan, á facebooksíðuni hjá Útoyggjafelagnum og á heimasíðuni www.utoyggj.fo

Njótið løtuna - og ein góðan dag á Kalsoynni!

Glóðin • nr. 12 • 2017

33


ÍVERKSETAN Á BYGD, ER ØÐRVÍSI Í Føroyum mangla vit, at tað veruliga verður tikið hond um íverksetarar í útjaðaranum. Heilt ítøkiliga at hjálpa, so hugskot og ætlanir verða framd í verki. Tað er ikki fyrr enn hetta verður viðurkent av politikarunum, kommunum o.ø., ið varða av íverksetan, at vit fara at síggja fleiri nýhugsandi og spennandi tiltøk á útoyggj. Hetta merkir ikki, at tað ikki eru íverksetarar, ið megna at seta í gongd, tí tað vísa tiltøk, sum longu eru á útoyggj. Men hetta merkir, at talið á sjálvstøðugum virksemi hevði verið fleirifaldað, um skraddaraseymað hjálp hevði verið veitt. Um vit brúka Ísland sum fyrimynd, so síggja vit, at bara ein lítil hond, um hon hevur forstáilsi fyri umstøðunum á útoyggj, kann gera ovurstóran mun. Tilboð á meginøkinum Tey tilboð, sum eru til íverksetarar, eru góð, men tey røkka ikki málbólkinum í smáu bygdarsamfeløgunum í útjaðaranum, hetta vísa úrslit av arbeiði við íverksetan á bygd hjá Granskingardeplinum og Útoyggjafelagnum. Skulu Føroyar hava ferðavinnuna at spreiða seg kring alt landið, so hon ikki skapar ov stórt press á ávís økið, tørvar okkum fólk, sum tora at seta í gongd. Tí er hetta ein uppgáva, ið hvílir á teimum myndugleikum, ið tosa um at skapa betri útboð til ferðafólkið kring landið. Váðafúsur íløgugrunnur Tað hevur verið og er framvegis stórur tørvur á einum váðafúsum

34

Glóðin • nr. 12 • 2017

Rannvá Elisaen á Trøllanesi ­ Rannvá og mamma hennara Anja Eliasen, framleiða sápur og aðrar vørur, ið Rannvá selur á Trøllanesi. Sølan er úr kjallaranum har tey búgva. Rannvá og Anja umhugsa at gera meira við hesa framleiðslu.

íløgugrunni, til tiltøk í útjaðaranum í Føroyum. Serstakliga til fígging av virksemi á útoyggj. Vit kunnu heldur ikki tosa um at menna útjaðaran, tá tað er fullkomiliga ómøguligt at fáa fígging til íløgur. Tær uml. 700.000 kr., sum grunnurin til menning av útoygg junum árliga hevur at býta út til tiltøk á útoyggj, muna, men muna ikki nóg mikið. Íverksetarar troyttast, tá tiltøk taka fleiri ár at fremja. Ferðavinnan pressar á Útoyggjafelagið hevur, síðani felagið var stovnað, víst á tørvin at veita serstaka íverksetarahjálp til útoyggjarnar. Vónandi fer tað at eydnast, nú ferðavinnan pressar á og krevur, at øll taka lut. Útoyggjafelagið leggur upp til, at t.d. ein ”bygdastova” eftir

Myndir: Bárður Mikladal

íslendskum modelli verður skipað. Hetta er ikki ein stovnur, men eitt for um, sum Føroya kommunufelag, Fróðskaparsetur Føroya, Visitfaroeisland, Búnaðarstovan, Íverksetarahúsini og Vinnuframi hava skipað í felag. Slíkar skipanir finnast í øllum okkara grannalondum, og tað vantar bert í, at vilji er til staðar at fremja hetta.


Luttøka og íverksetan á útoyggj Á útoyggjastevnuni í Hesti 2015 var fokus á íverksetan á útoyggj. Málið var at varpa ljós á tørvin, at finna háttir at stuðla undir íverksetan - og vísa fram tað sum grør.

Á útoyggjastevnuni 206 í Hesti, var Fiskahúsið karmur um framsýning, ið vísti tær verkætlanir, ið eru í gongd á útoyggjunum. Framsýningin var samstundis ein verkstova, har evnið var um virksemi og framleiðsla á útoyggj. Nógv vitjaðu Fiskahúsið, og fingu høvi at kunna seg um ymisku verkætlaninar. Eisini var høvi at keypa kaffi og vaflur. Erla Matras Jensen hevði samstundis framsýning og sølu av handgjørdum lutum.

Tær verkætlanir, ið vóru lýstar, vóru Hotell Mikines list & gist, Náttúrusavnið í Skúgvi, verkætlanir á Kalsoynni, ávegis íveksetanar tiltøk í Svínoy umframt Fugloy, Listahúsið í Hesti og tiltøk á Stóru Dímun. Umboð fyri tær ymisku verkætlanina r vóru til staðar at greiða frá.

Erla Matras Jensen, hevur egið virkið, har hon framleiðir príðis­ og brúkslutir. Maður erlu, framleiðir eisini m.a. lutir úr leður og stál. Einglarnir, sum Erla framleiðir eru væl umtøktir, og á stevnuni gingu bæði skóhorn og leðurreimar gingu sum heitt breyð.

Glóðin • nr. 12 • 2017

35


Vit ynskja Dímunargarðinum og Heimablídni, Leif Sørensen og Gutta Winther hjartaliga tillukku við nomineringini. Hesi eru øll góð umboð fyri siðbundnu og skapandi matframleiðsluna í Føroyum í dag.

Tilnevnd til matvirðislønina, Embla

Hvør er besti mathandverk­ ari í norðurlondum? Og hvør er besti matíverksetari? Tey tilnevndu úr øllum lutt­ akaralondunum eru funnin, og í august verður gjørt av, hvør fær handað matvirðis­ lønirnar fyri 2017. Virðislønin er sett á stovn fyri at deila vitan og royndir. Í summar verður hon handað fyri fyrstu ferð, og tilsamans eru komin 185 uppskot frá teimum sjey norðurlendsku luttakaralondunum. Embla fagnar tað besta í norðurlendskari matgerð: rávørur, matvørur, framleiðsluhættir og fakfólkini aftanfyri. Embla er ein verkætlan, ið norðurlendska samstarvið Nýnorðurlendskur mat ur hevur raðfest, og sum Norðurlandaráðið hevur stuðlað. Tey tilnenvndu úr Føroyum eru: Leif Sørensen Eva úr Dímun Gutti Winther Heimablídni Grundgevingarnar Tað eru drúgvar grundgevingar fyri hvøjum einstakum av teimum tilnevndu. Niðanfyri er grundgevingin fyri at dómsnevndin valdi Evu út Dímun: Eva úr Dímun Eva úr Dímun, Dímunargarður,

36

Glóðin • nr. 12 • 2017

umboðar Føroyar í bólkinum “Rávøruframleiðari 2017”. Eva og Jógvan Jón á Dímunargarði hava við teirra visjón og dirvi víst, hvussu arbeiðast kann fyri at sleppa undan avfólkan á smáum plássum. Tey hava búsett seg á Stóru Dímun, har tey liva av tí, sum oyggin hevur at bjóða. Høvuðsvinnan er seyðahald, men tey hava eisini neyt og flogfenað, umframt framleiðslu av rótfruktum og sjófugli. Tey hava verið tilvitað um at sleppa uttanum hópframleiðslu, men ístaðin miðað eftir einum breiðum úrvali av úrdráttum í oynni. Dímunargarður er grundaður á at halda siðbundna handverkið á lívi við nýskapandi loysnum, sum hava góðsku, reinleika og burðardyggleika í miðdeplinum. Harvið er tað eydnast Evu í Dímun at marknaðarføra sína vøru, og merkið “Dímunargarður” er nú knýtt at góðsku og tí bygdarliga, siðbundna mátanum at liva uppá. Heimablídni Heimablídni er eitt tiltak, sum fleiri á útoyggjunum brúka í ferðavinnuni. Grundgevingin fyri at tilnevna hetta átak, í bólkinum “matferðamálið 2017” var: Heimablídni, har føroyingar kunnu gera stovur sínar um til eina matstovu, er ein serføroysk loysn uppá trupulleikan við avmarkaðum landafrøðiligum atkomumøguleikum og harvið eisini fáum vitjandi. Uttan stórar íløgur í samferðslu-

Eva úr Dímun

Eva og Janus úr Dímun

kervið og uttan krøv til fastar uppog afturlatingartíðir, er tað við Heimablídni eydnast føroyingum at vísa samfelagið og gestablídnið uppá tann mest náttúrliga mátan: gjøgnum matin. Gestirnir fáa ein serligan møguleika til at fáa innlit í eina ektaða, føroyska uppliving, har bæði matur og søgur sleppa framat í heimliga umhvørvinum hjá húsfólkinum.

Á heimasíðuni emblafoodaward.com eru øll nevnd, sum eru í uppskoti til at vinna matvirðislønina Embla í ár.


KJØTPYLSA OG NÝHUGSAN Maud Østerø, er kend fyri sína kjøtpylsu, men eisini aðrar vørur, framleiddar úr rávøru av Trøllanesi. Maud er ein av teimum, ið Útoyggjafelagið innstillaði til EMBLU 2017, og hóast hon ikki bleiv nominerað, so eru vit sera errin av, at tað eisini vóru tiltøk á útoyggj, ið dómsnevndin valdi at senda víðari til kappingina. Útoyggjafelagið innstillaði Maud Østerø Tá EMBLA-tiltakið var kunngjørt, var felagið alt fyri eitt til reiðar at senda inn hugskot til nomineringar. Herímillum vóru Maud og virksemið á Útistovugarðinum á Trøllanesi. At Maud ikki rakk inn um gáttina, er sín søk, men vit royna aftur næsta ár, kanska við enn fleiri framleiðarum, tí tiltakið er sera áhugavert, og er við til at seta fokus á lokala matmentan og framleiðslu. EMBLA, Slow Food, matur sum ferðaminni. Eru tiltøk, ætlað at stuðla undir og eggja til, at fleiri fara undir at framleiða vørur úr nærumhvørvinum, eins og Útistovugarðurin, Dímunargarðurin, Johanna Maria Isaksen og onnur á útoyggj gera. Útoyggjafelagið er av tí sannføring, at nýhugsan og virksemi á hesum øki væl kann skipast soleiðis, at tað gevur gott av-

Maud og Bárður Østerø. Mynd: Maud Østerø

Kjøtpylsan ­ Mynd Maud Østerø

kast og møguleika fyri, at fleiri kunnu virka og liva á útoyggj. Nýggja matvørulógin gevur eisini nýggjar møguleikar. Eisini hønur og dunnur ”Vit byrjaðu at gera kjøtpylsu í 1995”, sigur Maud Østerø í samrøðu við Glóðina. “Tá gjørdu vit 30 kg, og nú er tað nógvar ferðir tað. Kjøtpylsan er bestseljarin hjá okkum, kanska tí vit hava mest av henni, og so er alt hitt komið afturat, sum eisini er so sera væl umtøkt. Frá munni til munn Maud Østerø er bóndakona á Trøllanesi. Hon er uppvaksin á Eiði

og gift við Bárði Østerø, bónda á Útistovugarðinum. Øll sølan hevur verið ”durasøla”, og Maud ber sjálv vørurnar út, bæði feskar og frystar. Marknaðarføringin hevur verið frá munni til munn, og seinnu árini hevur hon eisini selt gjøgnum Facebook. Útistovugarðurin hevur neyt, seyð, geitir, hønur, dunnur og gæs. Umframt hetta hevur Maud rabarbur, so hon ger eisini súltutoy at selja. Visjónirnar við framleiðsluni á Útistovugarðinum eru at virðisøkja framleiðsluna meira. Tí hevur garðurin gjørt íløgu í tól og útgerð, ið lætta um, og sum ger tað møguligt at selja alt frá malnum neytakjøti til vakuumpakkaða rullupylsu í flísum, skáldaðar hanungar og gæs til jóla. Maud leggur dent á, at framleiðslan heldur meginregluna hjá Slow Food, at hon er rein, góð og rættvís. Framleiðslan hjá Maud er eitt gott ískoyti til búskapin á garðinum. Nú er málið at víðka sølupartin. Í september í fjør var Maud við á Matfestivalinum í Fuglafirði, har hon

Glóðin • nr. 12 • 2017

37


seldi í básinum hjá Útoyggjafelagnum og Slow Food. Hetta gekk so væl, at hon síðani hevur tikið lut í aðrari torgsølu og vil fegin gera meira av tí. Hví valdu vit Maud?. Orsøkin til, at Útoyggjafelagið innstillaði Maud til Mathandverkaran 2017 er, at hon, sum ein av teimum fáu á útoyggjunum, hevur megnað at skapa ein marknað fyri sínari vøru. Hetta hóast umstøðurnar, bæði viðvíkjandi ivamálum kring matvøru lógina og tær forðingar, tað hevur við sær at búgva á útoyggj. Siðvenjan hjá teimum flestu er at selja seyðin heilan, ella heil krov, sum ræsa ella turka, og neytakjøti í fjórðingum. Innvølurin verður sum oftast brúktur í húsarhaldinum ella koyrdur burtur. Maud hevur megnað at góðska hesa rávøru og skipa eina smásølu við føroyskum vørum, har kundin hevur verið so væl nøgdur, at hann sjálvur hevur marknaðarført vøruna frá munni til munn. Maud framleiðir siðbundnar føroyskar vørur, eitt nú rullupylsu, kjøtpylsu, skinsapylsu, blóðpylsu, garnatálg, livur, hjørtu o.a. Hon selur eisini siðbundnu drýlarnar og rabarbusúltutoy, sum eitt ískoyti. Hetta stuðlar undir at menna norðurlendsku matmentanina, ikki minst tí sølan gevur fólkinum kring landið, ið ikki hevur atgongd til rávøruna, eins og ferðafólki, ein møguleika at fáa hendur á hesi siðbundnu vøru við høgari góðsku, og hetta er ikki ein sjálvsagdur lutur í Føroyum. Íblástur Maud er ein fyrimynd fyri øll, ið hava jarðarbrúk í Føroyum, ikki minst tey á útoyggj. Hon er ein fyrimynd, tí hon vísir, at tað ber til at gera meira burtur úr rávøruni á garðinum, og at tað eru kundar á føroyska marknaðinum, ið ynskja sær hesa vøru. Hon er eisini ein fyrimynd á tann hátt at tora at trúgva uppá, at tað ber

38

Glóðin • nr. 12 • 2017

til at gera hetta, og at skipa sær góðar umstøður, eitt nú høli og útgerð, uttan at kostnaðurin verður so stórur, at tað ikki lønar seg. Nú Maud er vorðin meira sjónlig á marknaðinum við sínum vørum, eitt nú á Facebook og sølutorgum, gevur hon íblástur til onnur at gera tað sama sum hon, og longu nú eru fleiri Vørur frá Maud. Myndir Maud Østerø ávegis, eitt nú á útoyggj. Originalt Tað orginala og nýhugsandi hjá Maud er, at hon bjóðar sínar siðbundnu vørur út, saman við drýli og rabarbusúltutoy. Hetta ger, at kundin sær vøruna sum ein ”heildarpakka”, tí tað skapar eina autentiska ”uppliving” av at kunna seta ein drýl á borðið, saman við siðbundna viðskeranum. Maud er eisini nýhugsandi, tá tað kemur til innpakking. Hon selur sínar vørur vakuumpakkaðar, antin heil stykki ella skorið í flísar. Tað er reint og nossligt. Rabarbusúltutoy selur hon í ”endurnýtslu”-gløsum, við handskrivaðari etikett, og tað tykist kundanum at dáma væl.

Maud selur bæði fekst, fryst og turka. Maturin er væl pakkaður og væl úr hondum greiddur. Maud ber sjálv vøruna út til kundan. Vørur frá Maud. Myndir Maud Østerø


Har tað er vilji, finst ein vegur – og tað skal bæði áræði og treiskni til at fara undir størri verkætlanir á útoyggjunum. Nú er loksins við at koma á mál í Mykinesi við nýggja gistingarhúsinum – listasavni og verkstovu.

Katrina Johannesen hevur virkað í ferðavinnuni í Mykinesi í 22 ár. Hóast viðurskifti og karmar leingi hava verið “out of date”, hevur hon knossast og gjørt alt fyri at hetta skuldi bera til. Gistingarhúsið Kristianshús, hevur verið inntøkugrundarlagið hjá Katrinu, og ein av fyritreytunum fyri, at familjan hevur kunnað hildið fast í at verið búgvandi í hesi fjarskotnu oyggj. Fyri 11 árum síðani fór Katrina undir hesa verkætlan, ið nú liggur á borðinum. Málið hevur verið og er at lyfta tænastuna upp á eitt nútímans støði, tó uttan at missa fótafestið, men varðveita grundfestið í mentan og umhvørvi í Mykinesi. Verkætlanin skal eisini heiðra málaran og listamannin Sámal E. Joensen-Mikines og hansara listaverk. Tað var her, hann vaks upp og fekk íblástur til sína list. Við at sameina listina, møguleikarnar at eta ein betri bita, gjørdur burtur úr lokalari rávøru, og búleikast í nýggjum, rúmligum kamari, kunnu ferðafólk fáa eina góða autentiska uppliving. Hugsanin er at skipa eina ferðavinnu, har dentur verður lagdur á dygd heldur enn mongd, og á tann hátt at sameina ferðavinnu við burðardygd og við verju av náttúruni. tætt at lendinum, so tætta samband ið við náttúruna verður varðveitt. Ein vinarligur og innbjóðandi bygningur, sum verður verdur at vitja.

Tornið á heimsins enda – í Mykinesi Arkitektonisk hugskot Arkitektonskt skal hugskotið endurspegla vitan við havsins enda – við útsýni yvir landslagið. Økið gevur møguleika at skapa ein bygning, ið fellur inn í landslagið. Ein bygning, sum tulkar landslagið og rørslur í tí.

Mykines bygd 2015

S.J.Mikines 1959

Ein kona í Mykinesi 1934

Sámal Joensen Mikines, leitaði sær íblástur úr náttúrini í Mykinesi, til mong av sínum verkum. Høvi verður, í verkstovuni á loftinum á komandi hotell Mikines list & gist, at njóta vakra og stórbara landslagið, eins og listamálarin gjørdi. Á loftinum er eisini listasavn, har málningar hjá S.J.Mikines, verða sýndir fram.

Glóðin • nr. 12 • 2017

39


Virksemið í Hesti, nú summarið 2017 nærkast Skrivað: Guðrið Joensen, forkvinna í bygdafelagnum Randarsól í Hesti

Hestfólk eru byrjaði at gera seg klár til summarið, og longu hava fleiri góðir

Myndir: Guðrið Joensen

sólskinsdagar verið. Hóast fólkatalið í Hesti ikki er stórt, so er stórur aktivitetur í oynni. Hetta sást aftur, tá bygdafelagið, saman við kommununi, skipaði fyri ruddingardegi 6. mai. Dagurin byrjaði við at fólk fóru at rudda um morgunin. Á middegi komu øll niðan í bygdahúsið til døgurða. Veðrið var av tí allarfagrasta, so borð og benkur vóru sett upp uttanfyri svimjihøllina, og so varð máltíðin hildin úti í sólini. Seinnapartin var aftur farið at rudda. Hetta er ein afturvendandi táttur á hvørjum ári. Um kvøldið skipaði bygdafelagið Randarsól fyri aðalfundi. Eftir fundin bjóðaði felagið smyrjibreyð úr Havn, við nógvum góðum aftur við.

Tað var einastandandi vakurt veður hetta kvøldið.Henda sama dagin kom hitapotturin, ið bíðað hevur verið leingi eftir. Bygdafelagið hevur keypt ein hitapott, hesin er til bygdafólki at brúka. Eisini ber til hjá gestum aðrastaðni frá at leiga pottin. Ætlanin er við tíðini at keypa fleiri, um tað sær út til at verða ein succes. (mynd 4 og 5) Potturin kom væl við eftir ein langan ruddingardag, og vóru tað fleiri, ið nýttu høvi at royna hann. Í juni mánaða fer Bygdafelagið, saman við Ansni, at skipa fyri einum ”Responder skeiði” fyri hestfólkum og avbygdafólkum, hetta er eitt slag av fyrstuhjálparskeið. Hetta verður skipað eftir avtalu við Heilsu- og Innlendismálaráðið. Vit gleða okkum at møta summarinum saman við okkara bygda- og avbygdafólki. GOTT SUMMAR 

Aftur í ár skipar bygdafelagið fyri útferð fyri hestfólkum og avbygdafólkum. 26. august hava vit leigað Norðlýsið at sigla okkum runt Hestoynna. Aftaná verður lagt til kaj í Hesti, tá fáa vit okkurt gott til matna frá Birgir Enni. Um viðrar, verður kynt bál og borð og benkur sett upp úti.

40

Glóðin • nr. 12 • 2017


BYGDIN EIGUR HANDILIN!

”Kommunur kunnu skapa karmar fyri at hava handil í bygdini, tryggja góð høli, innbúgv og útgerð, og síðani leiga tað til bygdina at reka” Í Norra, Skotlandi, Írlandi o.a. eru handlar, har tað almenna tryggjar karmarnar, men raksturin verður boðin út til bygdafólki.

Á land í Hesti

Tey sum koma til eina oyggj, har eingin handil er, noyðast at taka alt við sær. Hetta er ikki gott fyri tey búsett, men eisini ein forðing í erðavinnuna.

Spurningarnir frá Útoyggjafelagnum vóru soljóðandi: Er tað gjørligt at skipa ein handil á útoyggj við støði í kommunu­ fulltrúini? Um hetta er gjørligt, hvussu kann hetta skipast? Hvørjar treytir eru við einari slíkari heimild?

Hetta verður gjørt í útjaðaranum í okkara grannalondum, eitt nú í Norra, undir skipanini kallað “Merkur” og á útoyggjunum í Skotlandi. Hetta stuðlar undir trivnað, og tryggjar einari familju, inntøku. Handil er lívsneyðugur, tí øllum tørvar at hava lætta atgogd til gerandisvørur, frískt grønmeti og frukt. Hesin tørvur er tann sami, sama hvar tú býrt. Er eingin handil á bygd á útoyggj, eru tað firðir og sund ímillum teg og hesa lívsneyðugu tænastu. Tað eru nógv, ið knýta áhugan at búgva á einum plássi við atgongdina til tænastur. Serliga handil og skúla. Hetta er fyritreytin fyri trygd og trivnaði. Nú ferðavinnan tekur seg upp, eru tað mong, ið aftra seg við at ferðast til eina bygd, har tey ikki kunnu keypa sær eitthvørt, men mugu taka alt við sær. Tí er handil

ein liður at menna útoyggjarnar. Í løtuni er handil í Skúgvi og á Kirkju. Í Svínoy hevur verið handil, men hann er stongdur nú. Tey, sum hava handil, hava ikki góðar umstøður, og umsetningurin loyvir ikki íløgur í góðar tekniskar loysnir, eitt nú køling og frysting. Har eingin handil er, siga tey fastbúgvandi, at hætta sær undir hetta átak, tí tað er so ótrygt og kostar ov nógv at etablera. Kommunurnar kunnu gera handil Útoyggjafelagið hevur kannað, um tað er lógarheimild fyri, at ein kommuna kann seta ein handil á stovn í bygd ella útoyggj, har tað ikki er so líkatil at fáa atgongd til matvørur. Í svari frá HIMR er greitt, at tað er loyvt, um so er, at allir borgarar fáa ágóða av tí. Sí brot úr skrivinum niðanfyri. Tað er tørvur á at gera munadygg tiltøk fyri at broyta gongdina við fráflyting. Í dag, har tað vísir seg at hava áhuga millum ungfólk o.o. at flyta á bygd og á útoyggj, skal nýhugsan til, ella at “hugsa út um fýrkantin”. Vónandi fara bygdir og fólk at taka seg saman við kommununi at royna henda møguleika. Svarið frá Almannaráðnum, liggur í fullari long á heimasíðuni: www.utoyggj.fo

Viðmerkingar frá Almannamálaráðnum: Sambært § 50, stk. 1 í kommunustýrislógini kann ein kommuna einans taka lut í vinnuligum virksemi, um so er, at virksemið tænir einum almannagagnligum endamáli og ikki hevur vinning fyri eyga. Sum meginregla er tað ikki ein kommunal uppgáva at reka handil. Ein kommuna kann á hin bógvin hava áhuga í at veita borgarum sínum eina ávísa tænastu, sum ikki fæst á staðnum frammanundan. Er uppgávan almannagagnlig og fer kommunan ikki í holt við hana við vinningi fyri eyga, so er ásetingin í § 50, stk. 1 ikki ein forðing fyri at kommunan átekur sær uppgávuna. Glóðin • nr. 12 • 2017

41


Summarskeið á Syðradali Hvørt summar skipar Poulina Eliasen á Syðradali fyri skeið í handarbeiði. Skeiðini verða lýst undir Klaksvíkar kvøldskúla.

Poulina Poulina Eliasen Eliasen

Aftur í ár verða tvey summarskeið á Syðradali, tey verða 5 dagar hvørt skeiðið í viku 26 og 27. 12 næmingar luttaka á hvørjum skeiði, og eru tær úr øllum Føroyum, summar

leiga hús í Kalsoynni hesar dagarnar.

Skeiðið eitur ”Ymiskt handarbeiði” og verður undirvíst frá kl .8,30 til 14,50. Paulina M. K. Eliasen er lærari á skeiðnum.

Mynd: Poulina Eliasen - frá skeiði á Syðradali

Í løtuni arbeiðir Paulina við einari nýggjari bók um brodering til tjóðbúnan, bókin kemur út í heyst.

llanesi ø r T á n a j ð i m Jar ns Ec o n o m u s é e Vitjar tú á Trøllanesi, far inn í Smiðjuna. Smiðjan er skipað sum eitt Economusée. Hetta merkir, at hon er partur av einum netverki, ið arbeiðir við siðbundnum handverki. Í smiðjuni ber til at síggja, hvussu okkara forfedrar smíðaðu í opnum eldi, hvussu jarn verður hitað og evnað til lutir. Her kanst tú seta teg inn í søguna um jarnsmiðjuna frá fornøld til í dag, og keypa handgjørdar lutir, framleiddir í smiðjuni. Best er at boða frá frammanundan, og kostnaðurin

42

Glóðin • nr. 12 • 2017

fyri rundvísing við frásøgn uml. 45 min. er 70 kr. Í rundvísingini er forteljing um føroysku smiðjusøguna, vísing av jarnsmíði í opnum eldi, og frásøgn um formar, teknikk o.a.

Ongin føst upplatingartíð Ring á telefon: 00298 270255

Myndirnar er frá skiðjuni á Trøllanesi


Trælistamaður í Fugloy Joel Cole er giftur við Kristinu Cole úr Klaksvík. Faðir Kristinu er ættaður av Kirkju, og har í liggur tilknýti til Fugloynna. Í sínum arbeiðuið, leggur Joel Cole stóran dent á burðardygd og endurnýtslu.

Myndir: Joel Cole

At Joel Cole er sannur listamaður, bera útsagnirnar niðanfyri boð um. Hetta eru orð, ið Joel fekk við á vegnum, tá hann hevði stórfingna framsýning av sínum verkum í Østrøm. - “Listaverkini hjá Joel Cole blanda tað besta av tí mest ófullkomna ella ófullfíggjaða í náttúruni við nútímans tulking av træarbeiði og trælist”. Soleiðis lýsti ein amerikanskur savnsvørður listina hjá Joel Cole.” - Ein av okkara stóru listamonnum, Edvard Fuglø, viðmerkti stutt, at ”Joel megnar at blása lív í træ!” - Vit eru øll von við at taka tað besta úr náttúruni og brúka tilfeingið til okkara dagligu endamál. Joel ger tað øvuta - hann tekur tað ófullfíggjaða tilfeingið úr náttúruni og gevur tí lív. - Hansara list er sera fjølbroytt, longu í sjálvari skapanini. Listarliga hugsanin er við allan vegin og røkkur líka frá at finna rætta tilfeingið í náttúruni, at fáa tað til høldar, at velja út til víðari skapan - síðan kemur sjálv framleiðslan av listarverkunum, sum øll eru eindømi, hugvekjandi og enntá onkuntíð stuttlig. (Kelda.vp.fo.7.juni 2017)

Joel Cole - á Kirkju í Fugloy Joel er føddur í 1968 í St.Paul, Minisota í USA. Hann er giftur við Kristinu Cole úr Klaksvík, og eigur døturnar Anniku og Evu. Faðir Kristinu er ættaður av Kirkju, og tí er tilknýti til Fugloynna. Í 1980´unum kom Joel til Føroya sum skiftisnæmingur. Hann fall væl til og var fleiri tíðarskeið aftur í Føroyum. Í dag kennir Joel seg sum føroying, hann og familjan trívast, og hann er spentur uppá allar tær nýggju avbjóðingarnar, ið hansara yrki ber við sær. Joel undirvísir m.a. fangum í Mjørkadali í træarbeiði. Her hevur hann eisini sín træverkstað og framsýning.

Economusée – trælistaverkstað Í ár kemur Joel Cole upp í netverkið Economusée. Hansara træsmiðja verður umskapað til at gerast eitt frásøgustað, ið lýsir føroyska træhandverkið í øldir. Fólk fáa høvi at síggja, hvussu hann arbeiðir við trænum, tilfar, teknikk og framleiðslu. Høvi verður eisini at hoyra søguna handan træið, hvaðani tað kemur og hvørjir møguleikar liggja í tí.

Myndin er av Joel Cole, í arbeiði á Kirkju

Smiðja á Kirkju í Fugloy Um summarið tekur Joel dreyibonkin við sær út á Kirkju, har hann kann arbeiða og fáa íblástur úr náttúruni. Har hevur hann m.a. eisini skeið í enskum. Málið hjá Joel og Kristinu er at byggja eina smiðju í niðaru hæddini á einum húsum, tey byggja á Kirkju. Hetta kann geva Joel møguleikar at bjóða skeið og tiltøk í oynni, og tað kemur at stuðla væl undir ferðavinnuna har. Glóðin • nr. 12 • 2017

43


Tryggja teg og tíni

Tryggja teg við Vanlukku- og Viðgerðartrygging Ein vanlukkutrygging fevnir um flestar vanlukkur, skaðar og óhapp, sum tú kanst koma út fyri. Viðgerðartrygging er galdandi alt samdøgrið og tryggjar tær viðgerð innan 10 dagar, m.a. er hon galdandi fyri viðgerð hjá fyrisoterapeuti, kiropraktori o.a., um lækni hevur ávíst.

Les meira á betri.fo


NÚ ER NETBANKIN SUM APP ENN SNILDARI Nýggjar funkur og nýggir møguleikar.

Norðoya Sparikassi

Ósávegur 1

Postboks 149

FO-710 Klaksvík

Tel. 47 5000

Fax 47 6000

ns@ns.fo

www.ns.fo


Føroya Keypssamtøka

– vistfrøðiligar, góðar við umhvørvið og tryggar hjá teim ovurviðkvomu. Änglamark vørur

Glóðin nr. 12 - 2017 Útgevari Útoyggjafelagið Kjalarvegur 3 700 Klaksvík Tel. 292592 utoyggj@gmail.com www.utoyggj.fo Uppseting og umbróting: Cre8.fo Prent: Føroyaprent Myndir har ikki annað er tilskilað: Olga Biskopstø Bárður Mikladal ­ www.bardur.com

Vilt tú vera limur? Útoyggjafelagið er fyri øll, sum hava áhuga í, at útoyggjunum verður lív lagað og í, at umstøðurnar at búgva á útoyggj batna. Øll, sum hava áhuga fyri arbeiðnum hjá Útoyggjafelagnum, kunnu tekna seg sum lim. Tað er onki aldursmark. Ert tú limur í Útoyggjafelagnum, fært tú ”Glóðina” sendandi. Tað kostar 200 kr. um árið at vera limur. Hjún gjalda 300 kr. og feløg 500 kr. um árið. Tann, ið ynskir at gjalda meira fyri at stuðla felagnum, er meira enn vælkomin til tess. Limagjaldið verður goldið við gjaldskorti frá postverkinum. Tú fært samband við felagið við at senda ein teldupost til: utoyggj@gmail.com

Felagið hevur konto.nr. 9865 ­ 102.452.8 í Norðoya Sparikassa


OVASTEVNA

3.-5. AUGUST 2017 So long og so mjá verjir Nólsoyggin

er vitin ómannaður. Nólsoy er gróðrarrík,

høvuðsstaðin fyri havalduni eystaneftir.

og fyrsta vikuskiftið í august veksur eisini

Bygdin er á Eiðinum, har oyggin ikki er

fólkatalið. Tá er ovastevna, og tá ert tú

breiðari enn so, at tað brýtur tvørturum,

vælkomin út í oynna til hugnaog fjálga

tá ið óveður er. Vestantil er meginparturin

bygdamentan.

av oynni vallað líka í sjógv, eystanfyri er bratt við ríkum fuglalívi í bjørgunum

Nólsoyingar gera nógv burturúr, og bygdin

og djúpum hellum. Syðst á oynni er

er trivnaður burturav frá niðast í fjøru og

Borðan, har vitmeistari áður búði, men nú

til fjals.


29. september ... 1967 ... … sendi Klaksvíkar kommuna eitt bræv til kommunustýrini á Nesi, í Runavík, Gøtu, Fuglafirði, Leirvík, Hvannasundi og á Viðareiði við uppskoti um at gera ein kommunalan felagsskap við tí endamáli at styðja hvønnannan. 50 ár eru liðin, og síðani er samstarvið styrkt. Vit halda saman, stórar sum smáar kommunur, kring landið. Ein áhugaverd og fjøltáttað søga, sum byrjaði fyri skjótt 50 árum síðani. Og framvegis taka vit lógvatak, allar …

... 29 kommunur ... í 2017

Glóðin 12 - 2017  

Útoyggjablaðið GLÓÐIN

Read more
Read more
Similar to
Popular now
Just for you