Page 12

12

NORÐLÝSIÐ NR. 8 FRÍGGJADAGIN 6. MARS 2015

Sigbritt við Neyst, sálarviðgeri:

YMISKLEIKI FÆR TEG AT HUGLEIÐA

Hon hevði lisið til námsfrøðing í Esbjerg og fekk skjótt bjóðað eitt áhugavert starv sum dagrøktarleiðari í Hvannasundi og Viðareiði. Hon tók av avbjóðingini og fór hugagóð til verka í einum umhvørvi, sum var áhugavert, mennandi og avbjóðandi. So mikið áhugavert, at Sigbritt væntaði, at hetta fór at vera hennara dreymastarv heilt til pensiónsárini. Men soleiðis skuldi tað ikki verða. Sonurin, Jóhan, gjørdist álvarsliga sjúkur og hetta gjørdi, at Sigbritt kom til eitt vegamót í lívi hennara. Hetta er søgan hjá Sigbritt við Neyst, sálarviðgera. Klaksvík Ragnhild Ellingsgaard Jóhan, sum er einasti sonurin hjá Sigbritt, er føddur við vanskapan í høvdinum. Hetta gjørdi, at vatn hópaði seg saman í høvdinum og Jóhan mátti leggjast undir skurð bara tríggjar vikur gamal. Her fekk hann lagt ein ventil inn, sum leiðir vatnið burtur. Hesin ventilur eigur lívið í Jóhan. Um nakað er galið við ventilinum, so verður Jóhan sjúkur beinanvegin. Sum pinkubarn var hann eisini nógv sjúkur og sum fimm mánaðar gamal hevði hann longu verið ígjøgnum fimm skurðviðgerðir. Men so steðgar alt eitt sindur og Jóhan verður so mikið birgur, at sjálvt ikki vanligt krím rínur við hann í fleiri ár. Sum fimm ára gamal fór hann aftur undir skurð 2-3 ferðir og verður aftur so birgur, at hann klárar seg væl saman við restini

av familjuni, sum eisini telur tríggjar systrar. Tá Jóhan er 14 ára gamal verður okkurt galið við ventilinum. Sigbritt fer við soninum á Ríkissjúkrahúsið, hann hann verður lagdur undir skurð beinanvegin. Hetta gongur væl og Sigbritt væntar, at hon skjótt sleppur heimaftur til Føroya við soninum. Men soleiðis verður ikki. Okkurt er aftur galið við ventilinum og Jóhan verður enn einaferð lagdur undir skurð. Og enn einaferð. Og enn einaferð. - Tað var alla tíðina okkurt, sum var galið. Eina ferð kom bruni í. Eina aðru ferð varð ventilurin tiptur. So fekk Jóhan streptokokkar. Tað gjørdi, at Jóhan mátti leggjast undir skurð 12 ferðir í bara 15 mánaðir. Hetta vóru alt stórar skurðviðgerðir og Jóhan var so mikið sjúkur, at vit máttu vera hjá honum allatíðina. Tað merki so ei-

sini, at vit meir ella minni búði á Ríkissjúkrahúsinum alla hesa tíðina, minnist Sigbritt aftur á tíðarskeiðið, sum samstundis gjørdist eitt slag av vegamóti í lívi hennara. Á einum vegamóti Meðan Sigbritt situr við sjúkrasongina hjá Jóhan biður hon um at fáa farloyvi í eitt ár frá starvinum sum dagrøktarleiðari. Tað var eingin trupulleiki og hon fær játtað umsóknina beinanvegin. Samstundis fer hon at hugsa meira um framtíðina hjá sær sjálvari og lítlu familjuni heima í Føroyum. - Tað var eitt stórt trýst á mær, tá eg arbeiddi sum dagrøktarleiðari og samstundis hevði mína egnu familju at taka mær av. Trýstið var til tíðir næstan ov stórt, men vit megnaði hóast hetta at hava ein gerandisdagin koyrandi. Men nú fór eg at ivast í, um

eg skuldi fara aftur til sama trýstið aftur. Eg visti heldur ikki, hvussu framtíðin fór at verða hjá Jóhan. Fór hann nakrantíð at gerast frískur aftur? Eg var jú á Ríkissjúkrahúsinum saman við honum alla tíðina og dugdi als ikki at ímynda mær, at hetta fór at fáa ein enda. Eg visti eisini, at um trýstið heima var stórt áðrenn, so fór tað ikki at verða minni við einum so sjúkum barni sum Jóhan, minnist Sigbritt aftur á drúgva tíðarskeiðið í Keypmannahavn. Sigbritt hevur tó ongantíð verið beisk um, at sjúkan hjá Jóhan skuldi broyta hennara lív á so nógvum økjum. Heldur enn at taka synd í sær sjálvari fór hon at hugsa nýggjar møguleikar. Hon sá fyri sær eitt lív, har hon sum mamma skuldi ferðast millum Føroyar og Ríkissjúkrahúsið. Tað var eisini í lagi, hugsar hon tá. Men samstundis visti hon eisini, at um hon

ikki fór til arbeiðis aftur, so mátti hon finna sær okkurt annað at ganga uppí. - Eg veit væl, at eg eri ikki hon, sum trívist við einanas at ganga og mala við uppvaski, skitnum klæðum og grýtum. So eg mátti finna mær okkurt at gera, sum gav meira innihald enn bara hetta, flennir hon fyri seg sjálva, meðan hon greiðir frá. Ein dagin hoyrir Sigbritt um eina gestaltterapi-útbúgving. Hon hevur altíð havt ein brennandi áhuga fyri sálarfrøði og heldur tað vera áhugavert at koma í samband við menniskju, sum á onkran hátt ikki hava tað so gott í lívinum. Hon fer tí at kanna útbúgvingina nærri og sær skjótt, at útbúgvingin bara krevur, at tú ert í skúla fimm vikur um árið. - Sjálvandi skuldi tú lesa eina øgiliga rúgvu, umframt at sera nógv bólkaarbeiði eisini var á skránni.

Men bara at skula í skúla fimm vikur um árið; tað mátti eg fara megna, hóast Jóhan var sjúkur, greiðir Sigbritt frá. Tankin um at skula lesa eina rúgvu ræddi hana heldur ikki. Hon hevur altið elskað at lisið og hugsar beinanvegin, at hon eisini kundi nýta alla bíðitíðina á Ríkissjúkrahúsinum til lesnaðin. Seinast í 2009 fer Sigbritt við Neyst sostatt undir enn eina útbúgving, hesa ferð til sálarviðgera. Høg krøv til útbúgvingina Gestaltterapi er ein sálarviðgerð, sum leggur størstan dent á sambandið millum menniskju, eisini undir eini viðgerð. Útbúgvingin til sálarviðgera inniheldur nógv ástøði, men krevur eisini, at næmingurin sjálvur fer undir eina persónliga menning. Her skalt tú verða tilvitað um tín egna leiklut sum viðgeri og tað merkir, at tú mást verða tilvitað um,

Profile for Norðlýsið

Norðlýsið nr. 8 2015  

Blað nr. 8 fríggjadagin 6. mars 2015

Norðlýsið nr. 8 2015  

Blað nr. 8 fríggjadagin 6. mars 2015

Profile for nordlysid