Issuu on Google+

Øllum verður ynskt eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár - lokala røddin síðani 1915 NR. 45 FRÍGGJADAGIN 20. DESEMBER 2013 62. ÁRGANGUR / KR 30,00

Blaðið ið tú hevur í hondini í dag er seinasta blað í ár, men stúri fyri ongum, Norðlýsið kemur altíð aftur. Fríggjadagin 10. januar eru vit longu aftur.

NÁT TARGALIN OG RÓSAN SØGA EF TIR OSCAR WILDE

PRESTUR HANDAÐI POUL FÆR Ø JÓL ADEKORATIÓN

SOLEIÐIS GONGUR VETRAR ÍTRÓT TINUM Í KL AKSVÍK ”SPYR IKKI HVAT L AND TÍT T K ANN GERA F YRI TEG, SPYR HVAT TÚ K ANST GERA F YRI L AND TÍT T ”

JÓL AINNGANGUR MAGNUS B JØ RGENSEN SJÚRÐARBERG IKKI HEIMA Á JÓLUM

GL AÐIR SUDOKUVINNARAR KL AKSVÍK AR KOMMUNA VEKSIR OG MENNIST

9

772245 065007


2

NORÐLÝSIÐ NR. 45 FRÍGGJADAGIN 20. DESEMBER 2013

Jólainngangur Hetta heilaga evangeliið skrivar Lukas evangelistur í kap. 2,1-14, og tað ljóðar so í Jesu navni: Jesu føðing Men tað hendi í teimum døgum, at tað komu boð frá Augustusi keisara um, at allur heimurin skuldi verða skrivaður í manntal (Hetta fyrsta manntalið var, meðan Kvirinius var landshøvdingi í Sýriulandi. Og øll fóru at verða skrivað, hvør í ættarbygd sína. Men eisini Jósef fór úr Galileu, úr bygdini Nasaret, niðan til Júdeu, til Dávids bygd, sum eitur Betlehem, tí at hann var slektaður av Dávids húsi og ætt, at verða skrivaður, saman við Mariu, trúlovaðu festarmoy síni, sum var við barn. Men tað hendi, meðan tey vóru har, at tíðin kom, at hon skuldi eiga barn. Og hon átti son sín, hin fyrstafødda, og hon reivaði hann og legði hann í eina krubbu, tí at ikki var rúm fyri teimum í tilhaldshúsinum. Hirðarnir Og tað vóru hirðar har í sama bygdarlaginum, sum lógu úti á markini um náttina og goymdu at seyðafylgjum sínum. Og sí, eingil Harrans stóð hjá teimum, og dýrd Harrans ljómaði rundan um teir, og teir vórðu ógvuliga óttafullir. Og eingilin segði við teir: »Óttist ikki; tí sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu verða fyri alt fólkið. Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði! Og hetta skulu tit hava til merkis: Tit skulu finna eitt barn reivað og liggjandi í eini krubbu. « Og í somu stund var

hjá einglinum ein fjøld av himmalskum herskarum, sum lovaðu Guði og søgdu: »Heiður veri Guði í hægsta himli, [og friður á jørð, og í menniskjum góður tokki!«] Prædika: Eitthvørt menniskja hevur í minsta lagi eina spennandi og hjartanemandi søgu at siga frá, og tað er eins egna

seinni í lívinum. Jólaaftanar, sum vit minnast við ljósi og nærveru, harmoni og gleði. Og kanska aðrar jólaaftan, sum ein skuggi fall yvir. Kanska tí eitt pláss við borðið var tómt – og saknurin var svárur. ”Míni jól.” Tað, sum vit hvør sær kundu greitt frá, hevði verið ógvuliga persónligt. Tí jólaftan ne-

um í sálmunum, kann hoyrast sum ein innbjóðing til at koma inn í ein veruleika, sum er størri enn hin strongdi gerandisdagurin. Tí jólini siga okkum, at søgan, sum er at siga um okkum er langt størri og ríkari, enn vit hava hugsað um, tá gerandisdagurin er fyltur við bæði ætlanum og stúran.

eygunum á hesum embætisfólkum hendir nakað, sum fyri alla tíð vil broyta heimssøguna, men teir síggja tað ikki. Fyri teimum er barnið hjá Mariu ikki annað enn ein strika í hagtølunum. Men hirðarnir síggja tað. Hirðarnir sum eru á náttarbeiði eru kanska so langt burtur frá keisaranum í

fyrst hoyra um gleðina, ið jólini boða. ”Óttist ikki, tí sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu verða fyri alt fólkið. Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur.” Tað var hin fyrsta jólaprædikan, sum einglarnir boðaðu. 30 ár seinri, tá hin vaksni Jesus gekk umkring við boðskapi sínum, var støðan hin sama. Tí tey, sum hildu at heimurin skal gerast upp í tølum og pengum. Tey hildu seg vera høvuðspersónarnir, sum alt snúði seg um, tí tey sóu ikki annað enn seg sjálvi. Tað vóru tey minnimentu í samfelagnum, sum fyrst sóu, hvør Jesus var: tey fátæku og verjuleysu og tey glataðu. Tey, sum ikki høvdu hug at siga lívssøgu sína, tí tað var so nógv, sum gjørdi ilt verri.

lívssøga – søgan um ein sjálvan. Ein av kapitlunum í hesi søgu, sum vit kunnu siga frá um okkum sjálvi, kundi til dømis iti: ”Míni jól.” Tí, hvat kunnu vit ikki greiða frá um allar okkara jólaftanar, sum vit hava upplivað, bæði sum børn og

mur við okkurt innan í okkum. Jólaaftan sigur okkum, at vit skulu nærkast hvørjum øðrum, og ger at tað sum skilir pínir. Men jólini kunnu saktans vera nakað heilt annað: Bæði tað jólaboðskapurin sigur frá, og tað vit syngja

Og tað er soleiðis Lukas evangelistur greiðir okkum frá um tey fyrstu jólini. Teimum fyrstu, vit møta her, eru keisarin í Róm og øllum embætismonnum hansara. Men veruleikin er størri, enn kejsarin sær.

Rom, sum nakar næstan kann koma. Teir hava ongar førleikar, sum telja við. Einki yvirskot til eftirløn tíansheldur til morgindagin. Tí í søguni við keisaranum sum høvuðspersóni, har eru hirðarnir bert ókendir statistar.

Tí í Betlehem beint fyri

Men tað eru hirðarnir, sum

Í felagsskapi við Jesus sóu tey undrandi, at har var eisini ein onnur søga at siga um tey. Vit eru partur av eini søgu, sum er nógv størri enn tann vit sjálvi kunnu greiða frá. Søgan um okkum byrjar og endar í einum ljósi, sum vit ikki rættiliga síggja. Aftan fyri okkum og framman fyri okkum er nevniliga ljósið, sum er sterkari enn myrkrið, og tað er Gud sjálvur. Hetta ljósið er Guds ríkið, sum tey hugdu inn í, tá ið tey vóru saman við Jesusi. Amen! Magnus B Jørgensen


3

NORÐLÝSIÐ NR. 45 FRÍGGJADAGIN 20. DESEMBER 2013

BAKKAFROST YNSKIR STARVSFÓLKUM, VIÐSKIFTAFÓLKUM OG PARTAEIGARUM EINI

GLEÐILIG JÓL OG GOTT NÝGGJÁR

Leskiligar uppskriftir Fá íblástur til næsta døgurðan, tá tú skannar QR kotuna

Fá íb lástur til ein leskiligan laksadøgurða


4

NORÐLÝSIÐ NR. 45 FRÍGGJADAGIN 20. DESEMBER 2013

KL AKSVÍK AR KOMMUNA VEKSIR OG MENNIST Meirilutin í Klaksvíkar býráði hevur í sínum fyrsta ári tikið ítøkilig stig til at fremja øll hjartamálini í samgonguskjalinum. Klaksvíkar kommuna veksur og mennist støðugt, og vit leggja stóran dent á at skapa enn betri umstøður hjá okkara borgarum, felagslívi og vinnulívi komandi árini

týdning, at vit hava vent gongdini. Hetta er ein ábending um, at vit hava eina dragandi kommunu, ein lokkandi bý og góðar umstøður til fólk at búgva og virka. Okkara virkna vinnulív, fjølbroytta felagslívið og tey fólk, sum annars skapa innihald í okkara býi, eiga ein týðandi leiklut í hesari framgongd.

Nú er tað mesta av einum ári liðið, síðani nýggi meirilutin við Tjóðveldi, Sjálvsstýrisflokkinum og Javnaðarflokkinum tók við leiðsluni í Klaksvíkar býráði. Hetta fyrsta árið hava vit sett fokus á tey øki og tey mál, sum vit vóru samd um at fremja, og tá ið vit nú fara inn í nýtt ár eru ítøkilig stig tikin til at loysa øll okkara hjartamál. Í samgonguskjalinum, sum var gjørt dagin eftir kommunuvalið, samdust flokkarnir um at raðfesta hesi hjartamál: - Nýggjur skúli byggjast á Ziskatrøð - Lætti til barnafamiljur - Fjøltáttaðir bústaðar møguleikar - Víðkaðar karmar til vinnuna - Bussleið Vit hava nú lagt eina ætlan fyri at fremja øll hesi mál, og vit hava eisini tikið ítøkilig stig fyri at fremja tey, og summi mál eru lutvíst framd.

Góð búskapargongd Vit hava lagt stóran dent á, at fíggjarliga grundarlagið undir kommununi skal verða trygt og gott. Tí hava vit altíð okkara búskap í huga, tá ið vit gera íløgur og leggja raksturin til rættis. Vit yvirmeta ikki okkara inntøkur, vit halda aftur í vøkstrinum av rakstrarútreiðslunum (vøksturin í rakstrinum verður bert 2 milliónir krónur næsta ár), og vit fara at gjalda meira skuld aftur í 2014. Ein skilagóður búskaparpolitikkur er neyðugur, um framgongdin og vøksturin hjá Klaksvíkar kommunu skal halda fram komandi árini, og meirilutin er púra samdur um, at vit skulu byggja út og menna kommununa við skilagóðum avgerðum, og uttan at leypa fíggjarliga framav. Nú vit hava lagt fyrsta árið afturum, fegnist eg um tað góða samstarvið, sum vit hava havt í býráðnum, og eg kenni tað sum ein framíhjárætt, at eg havi havt møguleikan at verða leiðari fyri okkara samstarvi. Eg eri eyðmjúkur um uppgávuna sum borgarstjóri, og eg fari eisini komandi árini at leggja alla orku í at menna kommununa og skapa so góðar umstøður og trivnað sum gjørligt hjá okkara borgarum, felagslívi og vinnulívi.

Nýggjur skúli Eftir nýbyggingina av Ósáskúlanum er tíðin komin at endurnýggja Skúlan á Ziskatrøð, og hetta skal gerast við nýbygging. Ein byggibólkur er mannaður, og í 2014 fer arbeiðið aválvara í gongd. 9 milliónir krónur eru settar av til hesa byggingina í fíggjarætlanini fyri 2014, og tí kann sigast, at ein týðandi partur av okkara íløgujáttan verður brúktur til hesa skúlabygging, sum er alneyðug fyri okkara bý og borgarar. Lætti til barnafamiljur Vit hava framt fleiri broytingar fyri at lætta um hjá barnafamiljunum í kom-

mununi. Vit ásanna, at tað er av stórum týdningi, at vit hjúkla um familjurnar, og tað vilja vit millum annað gera við at lætta um gjøld og hækka frádráttir. Vit hava avgjørt at lækka barnagarðs- og vøggustovugjaldið, systkinaavslátturin er hækkaður, og harafturat hækka vit eisini barnafrádráttin í 2014. Ein skattalækking á 0,25 prosentstig fer sjálvandi eisini at koma barnafamiljunum til góðar. Bústaðir Føroyska samfelagið hevur brúk fyri einum meira fjøltáttaðum bústaðarmarknaði, og hetta er eisini galdandi fyri Klaksvíkar kommunu. Vit hava fingið í lag samstarv við Bústaðir um at byggja íbúðir í Klaksvík. Hetta samstarv fer at gera tað møguligt hjá okkum at røkka hesum máli eftir nøkrum árum. Vit arbeiða eisini við einari ætlan um raðhúsabygging Millum Hjalla, og arbeitt verður víðari við hesari ætlan. Kemur hendan ætlan á mál, fer tað at skapa møguleikar fyri, at fólk kunnu seta búgv fyri munandi minni kostnað, enn um tey skuldu bygt sær eini sethús.

Vinnan betri karmar Vit ásanna, at vinnulívið er eitt týdningarmikið grundarlag undir okkara lokaløki, og vit eiga eitt gott og virkið vinnulív í kommununi. Vit eru farin í holt við at gera eitt nýtt vinnuøki á Borðoyavík. Hetta arbeiðið fór í gongd innan hundrað dagar, eftir at vit tóku við leiðsluni í kommununi. Nú skulu vit bera hesa ætlan longur fram á mál, so vit av álvara kunnu fara í gongd við gera nýggja vinnuøkið, sum fær natúrligt samband við Klingrugarð, og sum fær skjóta og lætta atgongd til Norðoyatunnilin. Ein partur av okkara karmum til vinnulívið er eisini kaiøkið, og vit eru farin undir at byggja nýggja bryggju millum Kósina og KSS – hendan ætlan kann geva vinnulívinum nýggjar møguleikar. Bussleiðin Meirilutin samdust fyri einum ári síðani um at gera eina nýggja bussleið í kommununi. Hetta verður ein nýggj tænasta til okkara borgarar, sum vit rokna við fer at koma væl við. Væntandi fer bussleiðin í gongd í seinna hálvár næsta ár, og pengar eru eisini játtaðir til hesa bussleið í ko-

mandi fíggjarári. Onnur mál Umframt okkara hjartamál hava vit eisini arbeitt við at betra um aðrar umstøður og onnur øki í kommununi. Vit eru við í keypinum av Posthúsinum, sum skal gerast til mentanarhús. Mentanarpallurin er við í langtíðaríløguætlanin fyri Klaksvíkar kommunu, og vit ætla at fylgja hesum máli upp komandi tíðina. Næsta ár verða eisini betringar gjørdar á ítróttarøkinum. Øki til eina rennibreyt verður planerað næsta ár, bæði KÍ-høllin og Badmintonhøllin verða umvældar, og gongd verður sett á byggingina av Bláa Skýli við fótbóltsvøllin. Á ársskiftinum fara vit eisini undir nýtt átak á útbúgvingarøkinum. Fjarnám er eitt nýtt konsept, sum ger tað gjørligt hjá fólki at brúka Klaksvík sum útgangsstøði fyri hægri lesnaði – bæði á bachelorstigi og á kandidatstigi. Vit vænta okkum nógv av hesum nýggja átaki og ætla eisini at verða virkin í arbeiðnum at menna Fjarnám í Klaksvík komandi árini, so at borgarar í kommununi kunnu hava lættari atgongd til útbúgvingar, sum eru tiltrongdar í okkara lokaløki.

Vit hava sett okkum fyri at bøta um okkara umhvørvi við eini nýggjari havhitaskipan, sum skal hita fleiri av stóru bygningunum í kommununi. Hetta kunnu verða skúlarnir, ítróttarhallirnar, svimjihøllin, miðbýurim og aðrir bygningar. Átakið kann spara rakstrarútreiðslur og geva okkum eitt grønari umhvørvi. Fyri kortum tóku vit nýggja Røktarheimið við Vágna í nýtslu, og har hava vit skapt framúr góðar umstøður til okkar eldru. Arbeiðið at útstykkja miðbýin gongur eisini sína gongd, og í næstum verða fyrstu grundstykkini boðin út til almenna sølu og leigu. Fólktatalið veksur Meðan føroyska samfelagið seinnu árini hevur upplivað fólkaminking, kunnu vit fegnast um, at fólkatalið í Klaksvíkar kommunu er vaksandi. Eftir vakstrarkanningina, sum varð liðug í 2010, og arbeiðið, sum er gjørt eftir tað, hava vit upplivað fólkavøkstur í Klaksvíkar kommunu, eftir at fólkatalið hevði verið minkandi árini frammanundan. Seinastu trý árini eru vit blivin 93 fólk fleiri í Klaksvíkar kommunu, og tað hevur

Við hesum fari eg at takka øllum fyri árið, ið nú fer afturum, og ynski øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár. Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu


5

NORÐLÝSIÐ NR. 45 FRÍGGJADAGIN 20. DESEMBER 2013

L E I Ð A R I N

Gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár! Og takk fyri alt í farna ári. Blaðið tú stendur við í hondini ídag, er okkara seinasta í hesum árinum, men vit koma sterkt aftur í januar. Jólahøgtíðin og ársskiftið liggja so í vikunum í ár, og komandi ár, at fyrsta Norðlýsið í komandi ári kemur út 10. januar. Í miðlaheiminum hevur árið 1914 verið eitt sindur turbolent. Elsta avísin í Føroyum knógvaði ikki undan í hørðu kappingini ídag, og sterkasti digitali miðilin, portal.fo, skifti eigara. Bløðini doyggja kring allan heimin, og tað eru bert tey, ið megna at lagað seg til broytt viðurskifti, ið hara hóðrað undan. Norðlýsið legði seg tíðliga eftir at fara út á alnótina, ímeðan hini stóru bløðini í Føroyum byrjaðu eina kapping um hvør kundi koma oftast út um vikuna, løgdu vit doyðin at at skapa okkum ein kendan profil á alnótini. Samstundis sum vit alla tíðina hava hildið fast um prentaðu avísina. Tað er uttan ivað henda strategi, i hevur hildið okkum gangandi hesi árini, og sum sær út í skrivandi stund, so hevur árið 2014 eisini verið eitt ár, har Norðlýsið hevur svørt tøl á botnlinjuni og tað fegnst vit sjálvandi um. Hinvegin er ongin ivi um, at tað er ikki bert okkara stratigi á internetinum, ið ger Norðlýsið til nakað serstakt. Vit eru lokalir og til tað hugsjónina hava vit fingið hollan stuðul úr samfelagnum, bæði frá lesarum og lýsarum. Lesarar og lýsarar okkara síggja yvaleyst eisini týdningin av at ein miðil uttanfyri høvuðsstaðarøki er av alstórum týdningi, tí hetta er røddin hjá okkum, íð búleikast uttanfyri høvuðsstaðarøkið. Sjálvandi skulu vit eiga ein sterkan høvuðsstað, men við ongum útjaðara í Føroyum – ongin sterkur høvuðsstaður, so einfalt er tað í veruleikanum. Skulu vit hava ein útjaðara sum dugir til nakað sum helst, so má og skal útjaðarin hava eina sterka rødd, og hana er Norðlýsið við til at styrkja. Við kvøðu frá okkum á Norðlýsinum!

Guðstænastur í Norðoya vestara prestagjaldi jólini 2013 20 des Christianskirkjan kl.11.00 Skúlaguðstænasta Magnus B Jørgensen 22 des. Christianskirkjan kl.11.00 Lestur Árnafjørður kl.11.00 altarg. Magnus B Jørgensen Mikladalur kl.12.00 altarg. Hanus á Gørðum 23 des Christianskirkjan kl.18.00 Minningarguðstænasta nú 100 ár eru liðin síðani báts -vanlukkurnar í Norðoyggjum tollaksmessudag 1913. Jógvan Fríðriksson og Hanus á Gørðum 24 des Klaksvíkar sjúkrahús kl. 14. Magnus Brahé Jørgensen. Christianskirkjan kl.17.00 Magnus B Jørgensen Haraldssund kl.16.00 Hanus á Gørðum Árnafjørður kl.17.00 Oluffa Andreasen og døturnar syngja Hanus á Gørðum. 25 des Christianskirkjan kl.11.00 Kórið luttekur. Talvan gongur fyri KFUM Niels P Danelsen Àrnafjørður kl.11.00 Magnus B Jørgensen Kunoy kl.18.00 Magnus B Jørgensen

Leirvík kl.11.00 Hanus á Gørðum 26 des Christianskirkjan kl.11.00 altarg. Streingjakórið í KFUM og K luttekur Hanus á Gørðum Húsar kl.11.00 Magnus B Jørgensen og Jóannes Purkhús. Mikladalur kl.12.15 Magnus B Jørgensen og Jóannes Purkhús. Kunoy kl.12.00 altarg. Niels P Danielsen 29 des. Klaksvíkar sjúkrahús kl. 10. Andakt Magnus Brahé Jørgensen. Christianskirkjan kl.11.00 Hanus á Gørðum og Gimmi Olsen Árnafjørður kl.11.00 Magnus B Jørgensen 31 des Christianskirkjan kl.17.00 Magnus B Jørgensen Àrnafjørður kl.19.00 Hanus á Gørðum Kunoy kl.20.15 Hanus á Gørðum 1 jan Christianskirkjan kl.11.00 altarg. Hanus á Gørðum Kunoy kl.12.00 altarg. Magnus B Jørgensen

Eg takki hjartaliga øllum, sum mintust meg á 90-ára føðingardegi mínum. Øllum verður ynskt eini gleðilig jól og eitt av Harranu signað nýggjár. Heilsan Hanna Olsen, Klaksvík

Tøkk

Av Tjaldrafløtti senda vit eina hjartans tøkk fyri hjálpsemi og sýnda samkensku, tá ið okkara elskaði maður, pápi, abbi og verfaðir Sámal Christiansen, vanliga nevndur Sámal hjá Barbu andaðist og varð jarðaður. Takk til tykkum øll ið vóru um hann, tá hann og vit høvdu hjálp fyri neyðini. Takk til tykkum øll, sum trúføst vitjaðu hann og vísti honum ans. Takk til tykkum øll, sum fylgdu honum til hansara síðsta hvíldarstað, og sum fyltu kirkjuna við góðum orðum og vøkrum sangi. Og takk til Klaksvíkar Hornorkestur, sum, saman við kirkjuliðnum, gjørdi løtuna tignarliga. Vit vilja eisini takka fyri peningagávurnar ið vóru latnar Klaksvíkar Hornorkestri og Parkinsonfelagnum.

Megafelt terapimadrassa Bíliga til sølu. Øll pappírir fylgja við, nýpísur 9.000 kr. Telefon 455835

Við ynskjum um eini Gleðilig Jól og eitt av Harranum signað nýggjár. Vinarliga Elinborg, Barbara, Jóhanna og Janus við familjum.

Hús ynskjast til leigu í Kunoy. Ynskiligt er at tey eru í gòðum standi. Tlf 212415 Email: scarto33@gmail.com

EMMAUS UM JÓLINI Jólatræ fyri børnum verður í Emmaus sunnudagin tann 22. desember kl. 16.00. Møti verður 1. jóladag kl. 18.00 – Atli Rasmussen talar

Oliver Joensen, blaðstjóri John William Joensen, stjóri Hannefía Joensen, grafikari

Tøkk

Møti verður 2. jóladag kl. 18.00 – Jóhan Henriksen talar Jólafest verður sunnukvøldið 29. desember kl. 18.00. Vælkomin í Emmaus


6

NORÐLÝSIÐ NR. 45 FRÍGGJADAGIN 20. DESEMBER 2013

SJÚRÐARBERG IKKI HEIMA Á JÓLUM Sjúrðarberg klárar ikki heim áðrenn jól. Mikudagin manglaðu teir 90 tons í last. Jákup Ósá Sjúrðarberg roynir í russiskum sjógvi. Hann fór avstað 4. november. Mikudagin 18. desember á middegi høvdu teir 620 tons innanborða og manglaðu umleið 90 tons. Størsti parturin er kruvdur og avhøvdaður toskur. Sostatt náa teir ikki heim til jóla. Mikudagin høvdu teir góðan fiskiskap, so gongur tað væl, so klára teir heim áðrenn nýggjár.

T VEIR ÚT OG T VEIR INN

Í vikuni gjørdist greitt, at Kristoffur Jakobsen hevði gjørt sáttmála við ÍF. Sostatt hevur KÍ mist tveir leikarar og fingið tveir leikarar. Jákup Ósá Kristoffur Jakobsen var í samráðingum við KÍ, men hesar rukku ikki á mál. Ístaðin valdi Kristoffur at gera sáttmála við ÍF. Kristoffur býr í Fuglafirði, so hetta var upplagt, tá hann nú ikki valdi at halda fram í KÍ. Frammanundan er greitt, at Jógvan Isaksen ikki verður partur av KÍ, nú

hann er fluttur til Havnar at búgva. Hann verður væntandi partur av besta liðinum hjá AB. KÍ hevur fingið styrk í verjuleikaranum Jonas Flindt-Rasmussen og miðvalla leikaranum Ndende. Sum Norðlýsið skilir, so er KÍ hópurin um at vera komin endaligur uppá pláss. Tað er bara Heðin á Lakjuni, sum enn ikki hevur gjørt

sáttmála, av leikarunum sum spældu nógv í ár. Hann ger vanliga ikki sáttmála fyrr enn í januar og alt bendur á, at hann tekur eitt ár

afturat í KÍ. Afturat hesum kann hugsast, at KÍ fer at fáa onkran leikara inn afturat. Norðlýsið skilir, at samráðingar ikki eru við

nakran leikara í løtuni, men at hugt verður eftir møguleikunum og um neyðugt er at fara út eftir meira styrki. Hyggur man eftir liðinum,

so kundi ein vinstri vongur verið uppá tal. Norðlýsið fylgir gongdini í KÍ.


NORÐLÝSIÐ NR. 45 FRÍGGJADAGIN 20. DESEMBER 2013

7


8

NORÐLÝSIÐ NR. 45 FRÍGGJADAGIN 20. DESEMBER 2013

Eftir Oscar Wilde. Alex Sólstein týddi úr enskum.

Náttargalin og rósan “Hon segði, at hon vildi dansa við mær, um eg bar henni eina reyða rósu,” læt í unga studentinum; “men í mínum urtagarði er eingin reyð rósa”. Úr reiðrinum í eikitrænum hoyrdi náttargalin hann, og hann hugdi út millum bløðini og undraði seg. “Eingin reyð rósa í mínum urtagarði!” helt hann fram, og tað komu tár í hansara vøkru eygu. “Sum lukkan kann verða bundin at lítilsverdum lutum! Eg havi lisið alt, sum vísir menn hava skrivað, og eg kenni loynidómar í heimspekini; men at eg ikki eigi eina reyða rósu hevur spilt mær lívið.” “Her er endiliga ein, sum veruliga er ásttikin,” segði náttargalin við seg sjálvan. “Nátt eftir nátt havi eg sungið fyri honum, hóast eg ikki kenni hann: nátt eftir nátt havi eg sagt stjørnunum frá hansara søgu, og nú síggi eg hann. Hárið er myrkt sum hyasintin, og varrarnar reyðar sum rósan honum tørvar; men líðing hevur fingið andlitið at blikna sum fílabein, og sorgin hevur sett merki á hansara andlit.” Prinsurin fer at hava veitslu í annaðkvøld, mutlaði ungi studenturin, “og hon, eg elski, fer at luttaka. Gevi eg henni eina reyða rósu, so fer hon at dansa við mær til tann ljósa morgun. Gevi eg henni eina reyða rósu, so kann eg halda hana í mínum ørmum, og hon fer at halla høvdið móti mínum herðum, og hon fer at halda fast um hond mína. Men har er eingin reyð rósa í mínum urtagarði, so eg fari at sita einsamallur, og hon fer at ganga fram við mær. Hon fer ikki at geva mær gætur,

og hjarta mítt fer í grús.” “Hatta er veruligur kærleiki,” segði náttargalin. “Eg syngi, men hann suffar; tað sum mær er ein gleði, tað er honum ein pína. Kærleikin er undurvakur. Hann er dýrari enn smaragdir og dýrir opalar. Perlur og granatepli kunnu ikki keypa hann, og heldur ikki er hann at fáa handlinum. Hann kann ikki keypast, og heldur ikki kann hann vigast á eini gullvekt!” “Tónleikararnir fara at sita á pallinum,” segði ungi studenturin, “og spæla á teirra ljóðføri, og mín kærleiki fer at dansa til hørpuog fióltónleik. Hon fer at dansa so lættan, at føturnir neyvan fara at nerta gólvið, og hovmenninir í teirra vøkru búnum fara at flokkast um hana. Men mær vil hon ikki dansa við, tí eg havi onga reyða rósu at geva henni;” og hann tveitti seg í grasið og krógvaði andlitið í hondunum og græt. “Hví grætur hann?” spurdi eitt lítið grønt fýrabein, tá tað kom rennandi framvið við halanum upp í loft. “Ja, hví?” segði ein summarfuglur, sum flagsaði íkring eftir eini sólstrálu. “Ja, hví?” teskaði blídliga ein summardái til grannan. “Hann grætur eftir eini reyðari rósu,” segði náttargalin. “Eftir eini reyðari rósu,” róptu tey; “tað er láturligt!” Og lítla fýrabeinið, sum var ikki so lítið kensluleyst, grein hart. Men náttargalin kendi loynidómin um, hví studenturin var so syrgin, og hann sat kvirrur í eikitrænum og hugsaði um tað loyndarfulla í kærleikanum. Knappliga breiddi hann veingirnar og fór á flog

høgt upp í loft. Hann fleyg tvørtur um fløtuna sum ein skýggi og fór sveimandi tvørtur um garðin. Mitt í grasinum stóð eitt vakurt rósutræ, og tá hann

sá tað, fleyg hann yvir til tað og setti seg á eina grein. “Gev mær eina reyða rósu,” rópti hann, “og eg skal syngja fyri tær mín vakrasta song.”

Men træið risti við høvdinum. “Mínar rósur eru hvítar,” svaraði tað; “so hvítar sum brimfroðan og hvítari enn kavin á fjallatoppinum.

Men far til bróður mín, sum veksur yviri við sólurið; kanska fer hann at geva tær tað, sum tú leitar eftir.” Hann fleyg yvir til rósutræið, sum vaks við sólurið. “Gev mær eina reyða rósu,” rópti hann, “og eg skal syngja fyri tær mín vakrasta song.” Men træið risti við høvdinum. “Mínar rósur eru gular,” svaraði tað; “so gular sum hárið á havfrúgv, sum situr á eini trónu av rav, og gulari enn sólblómurnar, sum standa í blóma áður enn sláttumaðurin kemur við sínum líggja. Men far til bróður mín, sum veksur undir vindeyganum hjá studentinum. Kanska hann fer at geva tær tað, sum tú leitar eftir.” So fleyg náttargalin yvir til rósutræið, sum vaks undir vindeyganum hjá studentinum. “Gev mær eina reyða rósu,” rópti hann, “og eg skal syngja tær mín vakrasta song.” Men træið risti við høvdinum. “Mínar rósur eru reyðar,” svaraði tað, “so reyðar sum dúgvuføtur, og reyðari enn havkorallirnar, sum veittra aftur og fram á havbotninum. Men veturin hevur kølt mínar æðrar, og frost hevur beint fyri mínum nálum, so eg fái ongar rósur í ár.” “Eg ynski bert eina reyða rósu,” segði náttargalin, “barasta eina reyða rósu! Er eingin møguleiki at finna bert eina?” “Har er ein møguleiki,” svaraði træið; “men hann er so ræðuligur, at eg tori ikki at siga tær hann.” “Sig mær hann,” segði


9

NORÐLÝSIÐ NR. 45 FRÍGGJADAGIN 20. DESEMBER 2013 náttargalin, “eg eri ikki bangin.” “Um tú vilt hava eina reyða rósu,” segði træið, “so mást tú skapa hana við tónleiki eina mánalýsis nátt og væta hana við tínum hjartablóði. Tú mást syngja alt tað, tú orkar móti einum tornatyssi. Tú mást syngja fyri mær alla náttina, og tornirnar mugu prika hol á títt hjarta, og hjartablóð títt má seyra inn í mínar æðrar og gerast mítt.” “Deyðin er ein høgur prísur at gjalda fyri eina reyða rósu,” segði náttargalin, “og øll hava lívið kært. Tað er ein frøi at sita í grøna skóginum og hyggja at sólini í sínum gylta vogni, og at mánanum í sínum perlulitta vogni. Søtur er angin frá tyrnirunnunum og søtar eru bláklokkurnar í dalinum, og vakur er lyngurin í líðunum. Men kærleikin er betri enn lívið, og hvussu nógv er hjartað á einum fugli vert ímóti tí á einum menniskja?” Hann breiddi tí sínar veingir og fleyg høgt upp í loft. Hann sveimaði yvir garðin eins og ein skýggi, og fór sum ein skýggi yvir fløtuna. Ungi studenturin lá enn í grasinum, har hann lá, og tárini vóru enn ikki tornað úr eygunum.. “Ver glaður,” rópti náttargalin, “ver glaður; tú skalt fáa tína reyðu rósu. Eg fari at gera hana úr tónleiki og mánalýsi og lita hana við mínum hjartablóði. Einasta, eg krevji afturfyri, er, at tú verður trúgvur í tínum kærleika, tí kærleikin er klókari enn heimspeki, hóast henda er vís, og meiri mentur enn styrki, hóast hon er máttmikil. Eldlittir eru hansara veingir, og littur av eldi er hansara likam. Varrarnar eru søtar sum hunang, og andin sum virak. Studenturin hugdi upp úr grasinum og lurtaði, men hann skilti ikki, hvat náttargalin segði honum, tí hann skilti bert tað, sum skrivað er niður í bók. Men eikitræið skilti og var syrgið, tí trænum dámdi sera væl lítla náttargalin, sum hevði gjørt sær reiður á einari av greinunum. “Syng mær ein seinasta sang,” teskaði træið; “eg fari at kenna meg sera einsamalt, tá tú ert farin.” So sang náttargalin fyri eikitrænum, og røddin var eins og blíðmælt sirm úr einum sílvurílati. Tá sangurin var liðugur reistist studenturin og tók eina lítla bók og ein blýant úr lummanum.

“Hann hevur tign,” segði hann við seg sjálvan, nú hann fór gangandi eftir bønum – “ tað kann ikki takast frá honum; men hevur hann kenslur? Tí ivist eg í. Satt at siga, so er hann eins og flestu listafólk; alt er bert stílur, uttan álvara. Hann hevði ikki ofrað seg fyri onnur. Hann hugsar bert um tónleik, og øll vita, at listin er sjálvsøkin. Men ikki kann sigast annað enn, at hann hevur vakrar tónar í síni rødd. Bert spell, at teir ikki geva meining ella eru av praktiskum virði.” Og hann fór inn á sítt kamar og legði seg niður á seingina og fór at hugsa um sín kærleika; og tíma seinni sovnaði hann. Og tá mánin skein av himni fleyg náttargalin yvir í eikitræið og setti kjósina móti tornunum. Alla náttina sat hann við kjósini móti tornunum, og kaldi krystalmánin lá á skák og lurtaði. Alla náttina sang hann, og tornirnar komu longur og longur inn í kjósina, og blóðið seyraði spakuliga burtur. Fyrst sang hann um kærleikans føðing í hjartanum á drongi og gentu. So um vøkru greinarnar á rósutrænum, har ein undurvøkur

rósa blómaði, blað fyri blað, meðan sangur kom aftan á sangi. Bleik var hon at byrja við, eins og támið, sum liggur yvir ánni – bleik sum føtur á morgni, og silvurlitt sum degningsveingir. Sum skuggin av rósu í einum silvurspegili, sum skuggin av rósu í einum hyli, soleiðis var rósan sum spratt í ovastu greinini av trænum. Men træið rópti á náttargalin at trýsta seg fastari móti tornunum. “Trýst fastari, lítli náttargalur!” rópti træið, “annars rísur dagur, áðrenn rósan er liðug.” Náttargalin trýsti fastari ímóti tornini, og harðari og

harðari gjørdist sangurin, tí hann sang um ovurhugan í manni og kvinnu. Og ein lítil farri av ljósareyðum kom á krúnubløðini á rósuni, eins og tann lítla litbroyting sum hendir í andlitinum á brúðgóminum, tá hann kyssir varrarnar á síni brúður. Men broddurin var ikki enn komin at hjartanum, so hjartað í rósuni var enn hvítt, tí bert hjartað á einum náttargali kann geva tí tann reyða litin. Og træið rópti á náttargalin um at trýsta seg nærri at tornini, og sum eitt skot setti ovurhonds pína at hjartanum, og villari og villari gjørdist sangurin, tí hann

Standmynd av Oscar Wild og einum rithøundi úr Estlandi. Myndin er tikin í summar í Galway í Írland.

sang um kærleika, sum bert verður fullgjørdur gjøgnum deyðan, um kærleikan, sum ikki doyr við gravarbakkan. Og tann stórbæra rósan gjørdist alreyð, so reyð sum tá dagur roðar í eystri. Allur ringurin av krúnubløðum var alreyður, og alreyður sum ein rubinur var hjartað. Men røddin á nattargalinum viknaði, og smáu veingirnir fóru at flagsa, og ein hinna kom á eyguni. Veikari og veikari gjørdist songurin, og hon kendi okkurt, sum setti seg á andagøgnini. So hoyrdist eitt lítið sangbrot. Tann bleiki mánin hoyrdi tað, og hann gloymdi degningina og bleiv verandi á himli. Reyða rósan hoyrdi tað og fór at skelva av øsing og opnaði síni krúnubløð móti tí køldu morgunluftini. Afturljóð bar tað frá purpurlitta dalinum í fjøllunum og vakti sovandi hirðan úr sínum dreymi. Tað fleyt millum sevini fram við ánni, og rópti boðini út á havið. “Hygg, hygg!” rópti træið, “rósan er liðug nú,” men náttargalin svaraði ikki aftur, tí hann lá deyður í síða grasinum, við tornini í hjar-

tanum. Og um middagsleitið opnaði studenturin vindeygað og hugdi út. “Á sum lukkan fylgir mær!” segði hann; “her er ein reyð rósa! Eg havi ongantíð í lívinum sæð eina rósu sum hesa. Hon er so vøkur, at eg eri vísur í, at hon hevur eitt langt navn á latíni;” og hann legði seg út av vindeyganum og hentaði hana. So lat hann seg í hattin og rann niðan til húsini hjá professaranum við rósuni í hondini. Dóttir professaran sat í durinum og vant blátt silki í eitt noða, og við lítla hundi sínum liggjandi við føturnar. “Tú segði, at tú vildi dansa við mær, um eg bar tær eina reyða rósu,” segði studenturin. “Her er reyðasta rósan í allari verðini. Tú skalt hava hana í kvøld næst tínum hjarta, og meðan vit dansa saman, fari eg at siga tær, hvussu høgt eg elski teg.” Gentan snerkti við. “Eg rokni ikki við, at hon fer at hóska til mín kjóla,” svaraði hon; “og annars hevur systkinabarn kamarharrans sent mær nakrar dýrar gimsteinar, og øll vita, at gimsteinar kosta nógv meira enn blómur.” “Eg má siga tað, at tú ert sera ótakksom,” segði studenturin ilsliga. Og hann tveitti rósuna á gøtuna, har hon endaði í rennuni, og ein vognur koyrdi yvir hana. “Lítið takksom!” segði gentan. “Eg skal siga tær eitt, tú ert sera ófólkaligur, og so eitt afturat, hvør ert tú? Eg trúgvi ikki, at tú hevur so frægt sum silvurspenni á skónum, so sum systkinabarnið hjá kamarharranum hevur,” og hon reistist úr stólinum og fór inn. “Sum kærleiki er tápuligur,” segði studenturin, tá hann fór haðani. “Hann er ikki til helvtar so frægur sum logikkur, tí hann prógvar einki, og hann sigur einum frá onkrum, sum ikki fer at henda, og fær ein at trúgva nøkrum, sum ikki er satt. Satt at siga, so er hann ópraktiskur, og á okkara døgum skal alt vera praktiskt. Eg fari aftur í heimspekina og fari at lesa metafysikk”. Hann fór aftur á kamarið og tók eina stóra bók fulla av dusti og setti seg at lesa.


10

NORÐLÝSIÐ NR. 45 FRÍGGJADAGIN 20. DESEMBER 2013

”Spyr ikki hvat land títt kann gera fyri teg, spyr hvat tú kanst gera fyri land títt” opin hendan dagin, so møtti hon trúliga, eftir at vit høvdu spurt hana frammanundan um eina samrøðu.

nógvir einligir forsyrgjarar í Føroyum, sum høvdu ilt við at fáa endarnar at røkka saman peningaliga. Í fleiri ár hevði eg sjálv latið klæði, sum míni børn og vit í húsinum vóru vaksin frá, til tey, ið fara uttanlands við klæðum. Eg fór at hugsa um at gera nakað her, tí eg helt at kanska kundi onkur í Føroyum fáa gagn av slíkum.

Vit stukku inn á gólvið í tí, sum føroyingar hava nevnt sum 5. Krónu handilin, ella Dals Vøruhús í Klaksvík.

Margreth Dalsenni greiður frá: Aftaná at eg hevði verið heima hjá børnunum ímeðan tey vóru smá, fór eg at finna mær arbeiði, og eg byrjaði við vaskiarbeiði á Tekniska Skúla í Klaksvík. Eisini havi eg verið dagrøktari, og í eini fimm ár, frá 95 til 2000 arbeiddi eg hjá Klaksvíkar Kommunu sum dagrøktari. Eg gekk arbeiðisleys í umleið tvey ár og fór so at arbeiða í heimarøktini frá 2007 til 2011.

Stjórin sjálvur, Margreth Dalsenni, tók sjálv ímóti, og hóast handilin ikki var

Eg haldi at tað var í byrjanini av 2010, at so nógv bleiv tosað um, at tað vóru

Hesi orðini, sum ein kendur statsmaður segði á sinni, haldi eg hava verið drívmegin hjá mær í arbeiði mínum við Dals Vøruhúsi.

Sum hugsað so gjørt. Um facebook profilin hjá mær, gjørdi eg ikki vandari enn at eg bjóðaði inn til ein kaffimunn heima hjá mær sjálvum. Eg bjóðaði øllum, sum høvdu hug og vildu hava brúkt klæði, sum vóru í sera góðum standi. Eisini

segði eg, at um tey vildu lata klæði, sum tey sjálvi høvdu brúkt, men sum tey høvdu lagt frá sær, so vóru tey vælkomin. Jú, ta vísti seg at eg var á rættari leið, tí tey vóru mong sum møttu. Eg tók onki fyri klæðini. Hetta helt áfram og ”forrætningin” bara vaks. Dungin av klæðum heima hjá mær sjálvari vaks, og alt fleiri og fleiri fólk møttu upp og eg gjørdi nogvar kaffimunnar hesi kvøldini. Hetta koyrdi fínt, eg koyrdi síðuleypandi á facebook, hevði nógvar vinir har og nógv fólk addaðu meg hesa tíðina. Hetta helt áfram frámai

mánaða til august, ella stutt áðrenn summarfestivalin, tá Hallur Joensen skipaði fyri síni vælutóktu og kendu ”Stilladskonsert” í Nólsoyar Pálls Gøtu. Tá fekk eg eitt hugskot um, at biðja mostir mína, sum hevði tóm handilslokalir í kjallaranum a sethúsum sínum í Nólsoyar Pálls Gøtu, um at lána mær hølini til hetta høvi. Jú, tað var ikki meira enn hálvtalað orð. So vit undir at sleipa vørurnar av Skáltavegi har eg búgvi og heim í hølini við Nólsoyar Pálls Gøtu. Tá vit lótu upp hendan dagin, stormaði á hurðina. Eg

var heilt ovfarin og gleð, tí eg kendi, at eg hevði gjørt nakað gott fyri samfelagið og meðborgarar minar. Eg helt, at mostir skuldi hava fyri ljós og varma afturfyri at hon lánti mær hølini, so tá seldi eg pløggini fyri 5 kr. Stykki. Tá so menn fóru at rigga til til Summarfestivalin, spurdi eg aftur mostir um at sleppa inn í lokalini, og tað var gaman í. Stutt eftir var so Sjómannadagur, og eg hleiv verandi har líka til 1 desember í 2012. Tá hevði eg so nógva vøru at garagan heima var eisini fulll, so eg mátti finna mær rúmari ræsur og tí flutti eg yvir her við Klaksvíksvegin, og sjálvt her er um at gerast ov


NORÐLÝSIÐ NR. 45 FRÍGGJADAGIN 20. DESEMBER 2013

fult av alskyns vørum. Eg plagi at siga, at eg havi alt uttan møblar og matvørur, sigur Margreth Dalsenni við einum fjálgum látri. Ídag havi eg sum sagt nógv betur umstøður. Eg havi nú sett prísirnir á vørunum til at vera úr 5 kr fyri plaggið upp í 40 krónur. Av tí eri eg blivin millióningur skemtar Margreth flennandi. Nei, Oliver, eg skal siga tær, at í byrjanini tá eg flutti yvir her, kláraði sølan ikki útreiðslurnar, og Kristian maður mín mátti út við eitt sindur av pengum at hjálpa til. Men síðani eg havi sett hesar prísirnar hevur gingið betur at svara, hvørjum sítt, men tó – ongin løn er til mín, og tað leggi eg ikki petti í, tí eg eri glað hvønn morgun tá eg vakni og veit at eg havi gjørt eina góða gerð dagin fyri og tað er tað, sum heldur mær gangandi. Eg haldi at tað vóru orðini hjá Kenndy forseta ”Spyr ikki hvat land títt kann gera fyri teg, spyr hvat tú kanst gera fyri land títt”, sum fingu meg at fara undir

hetta stuttliga projektið, og eg skal siga tær, at eg stórtrívist her. Maður mín, Kristian Dalsenni, ja, hann hevur verið ótrúligur. Hann siglir, er burtur fýra vikur og heima fýra vikur, og tað er ikki tað ting, hann ikki hjálpir mær við. Ja, skal eg siga sum er, so haldi eg at hann er uppaftur ivrigari enn eg í hesum, sum vit bæði halda er eitt vælgerandi arbeiði serstakliga fyri barnafamiljur. Smábørn vaksa skjótt úr klæðunum, so barnaklæðir, sum eru her í handlinum eru als ikki slitin, tey koma bara frá børnum, ið eru vaksin frá. Børnini hjá okkum eru vaksin nú, tey eru 34, 23 og 20 ár og vit eiga fýra ommu og abbabørn og harafturat hava vit ikki stórar peningaligar bindingar, so eg hugni mær í hesum arbeiðinum, sum hevur stóran týdning fyri meg. Sjálvandi, alt sum kemur inn verður ikki selt, nakað senda vit víðari til Absalon Matras og Anskar Hansen,

11

ið hava verið í Rumenien, Helgi Laksafoss hevur eisini verið onkran túrin. Tað sum ikki er søluvøra klippir mamma sundur til klútar. Smiðjurnar í býnum spyrja nógv eftir klútum. Eg nevndi at eg havi alt, uttan mat og møblar, men møblar og hús, tað fær ein á heimasíðuni dals.fo tí tað heimasíðuna eigi eg eisini. Eisini tað projektið er at kalla non-profit. Onkur lýsing er á síðuni og eg haldi at eg havi fingið nøkur oyru einar tvær ferðir í ár, tað er alt, men eg biðið ikki um meira. Knassar gjørdi heimasíðuna á sinni, og tað eri eg sera glað fyri. Nógvir menn ganga inn til mín at keypa sær skógvar og kundarnir hjá Dals koma úr øllum løgum í samfelagnum, eg haldi at eg kann siga, at kundar sum ganga her, eri tilvitað um viðrinum í at brúka klæði og brúksting so leingið góðskan er í lagi, sigur 54 ára gamla Margreth Dalsenni at enda í práti okkara. Oliver

amr.fo


12

NORÐLÝSIÐ NR. 45 FRÍGGJADAGIN 20. DESEMBER 2013

GL AÐIR SUDOKUVINNARAR Vit hava funnið vinnararnar til sudokukappingarnar í Norðlýsinm seinasta hálva ári, og sigast má at fólk vóru glað og ovfarin fyri stóru vinningarnar. Tað er nú bert til dagdvøldu ella til stuttleika, at fólk loysa slíkar uppgávur í bløðunum. Vit á Norðlýsinum valdu at gera hesa ítróttina eitt sindur meira spennandi, við at fáa ymiskar handilsfyritøkur at vera við at geva vinningar til okkara sudokukapping. Væl gekst og høvuðsvinningurin var eitt vikuskssiftisuppihald fyri tvey vaksin og tvey børn, á sera vælumtókta Deplinum í Skálavík. Serstakliga barnafamiljurnar trívast væl í Skálavík. Tá Norðlýsið vitjaði har í summar, vórðu vit víst kring um á Depilinum. Stóra kantinan var ljós og hugnalig og beint tá vit vóru har, hevði familja úr Klaksvík valt at hátiðarhalda eitthvørt á Deplinum og tey vóru eini 15-20 í tali har bæði abbar, ommur, pápar, mammur og børn, heilt niður í pinkubønrn vóru við, og tey lótu sera væl at. Sagt varð, at børnini stórtrivust í spælistovuni, ið var stór og rúmlig, og har alskyns leikur og sogar eisini ein hoppiborg vóru inni. Spælistovan er í veruleikanum ein stórur salur, sum kann leggjast saman við øðrum høli við klaveri og ljóðførum, soleiðis at skipast kann fyri møtum ella

stórfundum, um tað krevst. Ein kreativ stova var eisini til børnini, har tey kundu tekna, mála og hava alt møguligt til undirhalds innan evning. Biografsalur var eisini til børnini. Tá børnini fóru at hyggja eftir filmi fingu teir eitthvørt ábit eins og tey fingu ókeypis sodavatnsís allan dagin. Uttanfyri depilin er eisini heitur pottur, sum børn og vaksin kunnu hugna sær í. Búrúmini hjá gestunum á Deplinum eru eisini framúr. Konseptið Depilin í Skálavík er at líkna saman við donsku feriusentrini. Vinnarin av vikiskiftisuppihaldium á Deplinum. Ragnfríð Pegtersen úr Rituvík, vann eitt slíkt uppihald á Deplinum í Skálavík. Ragnfríð arbeiðir á Borg í Runavík. Tá vit vóru á Borg í Runavík mikudagin og handaðu henni vinningin, fingu vit eina mynd av henni saman við tveimum av synum hennara. Ragnhild segði okkum, at hon og maðurin, Høgni Petersen, áttu tríggjar synir, tveir eru vaksnir, ímeðan tann yngsti er 13 ár. Tað vera helst eg maðurin, sum saman við yngsta soni okkara og ommisoninum Høgna Johannesen, sum fara at hugna okkum á Depilinum í


13

NORÐLÝSIÐ NR. 45 FRÍGGJADAGIN 20. DESEMBER 2013

Skálavík í summar. Vinnarin av IPadinum frá NEMA NEMA er ein av størstu fyritøkunum í Føroyum innan KT og á telduøkinum. Annar vinningur í Sudokukappingini var ein IPAD mini frá NEMA. Vinnarin gjørdist Elin R. Olsen á Rættargøtu í Klaksvík. Elin sigur, at tey frammanundan áttu ein IPAD og tí var tað sera hent at vinna ein IPad mini, tí hann er betur at hava við sær, tá ein hevur brúk fyri teldli uttanfyri heimið. Elin R. Olsen og maðurin Jakup Olsen eiga tríggjar

synir, ið allir eru vaksnir. Elin sigur, at tveir búgva heima. Eg havi arbeitt hjá Klaksvíkar Kommunu síðani 1997, sum dagrøktari, og tað hevur mær dámt sera væl. Eg havi dagliga fýra børn í pleygu og vit trívast stak væl saman, sigur Elin R. Olsen við einum smíli, ímeðan hon takkar fyri vinningin, tá vit handa henni IPadin við heim hennara. Vinnari av WEBER grill frá KBI Gjørdist Otto Joensen, Vágsheygagøta, Klaksvík. Otto er helst betur kendur sum smiðjumeistarin á be-

dingini. Hjá KBI eru ikki bert WEBER grillir at fáa, fyritøkan førir alskyns amboð til vinnuna, eitt nú til handverkarar, skip og vinnufyritøkur. Tað er Karl Birgir Isaksen, ið er eigari og stovnari av fyritøkuni og virkið sýnist framhaldandi at mennast og at víðka um virksemið. Otto Joensen og Elin, kona hansara tóku ímóti, tá vit komu á gátt við vinninginum. ”Hatta kann eg fjasast við í summar” helt Otto skemtandi fyri. Hann hevur stóran vakran urtagarð uttanfyri hús síni við

Vágsheygagøtu, so yvaleyst fara tey at fáa gagn burtúr WEBER. Vinnari av gávukort frá INN Klaksvík Annfríð Heinesen, Suðurstíggjur 13, 160 Argir, vann gávukortið frá INN í Klaksvík. ”Pílarískot, so má eg koma ein túr til Klaksvíkar”, segði Annfríð, kløkk og glað, tá vit ringdu til hennara og boðaðu frá, at hon hevði vunnið eitt gávukort frá INN í Klaksvík. Eg eri ongantíð í Klaksvík, men nú má eg koma ein túr at síggja hvussu tit hava tað har norðuri, segði

Annfríð skemtandi at enda. Fleiri vinnarar Jóna Skorheim, Heygavegur, Klaksvík vann gávukortið frá Z-sport í Klaksvík og Hanna Hansen, Uppsalagøta 70, vann 1 ks. Sodavatn frá FØROYA BJÓR. --Í dag er sum lovað aftur ein sudokukapping í blaðnum, vit hava ikki enn avgjørt hvørjir vinningar vera at spæla um komandi hálva árið, men verið við gott mót, gátan í blaðnum ídag, kann sendast til okkara og

so luttekur hon í dráttinum seinast í januar og beint undan summarfrítíðina, tá vit fara at draga um nýggju stóru vinningarnar. Góða eydnu og góð jól øll somul og takk fyri tað farna! Norðlýsið


14

NORÐLÝSIÐ NR. 45 FRÍGGJADAGIN 20. DESEMBER 2013

SOLEIÐIS GONGUR VETRAR ÍTRÓTTINUM Í KL AKSVÍK Vit hava hugt eftir, hvussu støðan er hjá vetrar ítróttafeløgunum, nú kappingarnar hjá teimum flestu eru komnar umleið í helvt. Jákup Ósá Norðlýsið hevur fylgt við nøkrum av vetrar ítróttagreinunum og nú er tíð til at taka saman um fyrra part av hesum kappingunum. Tað er serliga hondbóltur og flogbóltur, sum vit hava fylgt á serliga heimasíðuni nordlysid.fo. Team Klaksvík í framgongd Team Klaksvík fekk ikki nakað stig í kappingarárinum í fjør. Liðið hevur gjørt nakrar broytingar í hópinum og tær hava hjálpt til tað betra. Málverjin Eli Gærdum er komin frá STÍF og hevur staðið væl og bakkurin Igor Petrikeev hevur eisini roynst hampuliga

væl. Og fyri stuttum kom danski Martin Ritto í hópin, sum hevur gjørt breiddina betri. Team Klaksvík hevur tveir sigrar ella 4 stig tilsamans. Fleiri aðrar dystir hevur liðið verið tætt uppá at fingið fleiri stig. Men áhugin fyri manshondbólti tykist vaksandi og tað er aftur stuttligt hjá klaksvíkingum at fara til hondbólt í Klaksvík, tí serliga á heimavølli kann liðið geva øllum mótstøðuliðunum harða mótstøðu. Tað sóu vit seinast, tá oddaliðið VÍF ikki avgjørdi fyrr enn 4 minuttir vóru eftir av dystinum. Mest sannførandi leikarin hjá Team Klaksvík hevur verið Zarko Pejovic, sum telist millum mest skorandi leikararnir higartil í

kappingini. Stjørnan byggir upp Kvinnuliðið hjá Stjørnuni liggur í óvanligari støðu. Tí liðið liggur aftast í kvinnudeildini við 3 stigum. Avrikini hava verið óstøðug, tí liðið hevur vunnið á VB og spælt javnt móti Neistanum, men hevur so tapt móti STÍF, ið bara hevur vunnið móti Stjørnuni. Liðið er ungt og hevur verið fyri stórum útskiftingum seinasta árið. Stjørnan hevur útlendskan málverja í Raluca Ungureanu og útlendskan útileikara í Onnu Mariu Ecaterinescu. Hesar hava havt heldur óstøðug avrik við bæði góðum og minni góðum dystum higartil. Stóra stjørnuskotið

hjá Stjørnuni hevur verið Mina Sirdal, ið er millum bestu málskjúttarnar í deildini. Til dystin móti Neistanum í vikuni vóru tekin um, at Stjørnu liðið er um at koma seg og kann geva øllum – eisini á útivølli – harða mótstøðu. Men fyrst og fremst verður hetta árið brúkt til at byggja upp til komandi árini. Mjølnir kvinnurnar á odda Mjølnir kvinnurnar, sum seinastu árini hava verið einaráðandi í føroyskum flogbólti, mistu undan hesum kappingarárinum fleiri av lykla leikarunum. Men hinvegin hevur liðið fingið Guðrið Nolsøe úr TB til liðið og tað hevur munað

væl. Mjølnir hevur vunnið allar dystirnar, hóast fleiri sigrar hava verið teprir. Men fyri Mjølnir er tað óheppið, at reglarnir eru broyttir, soleiðis at 3-2 sigrar nú ikki geva fult stigatal. Tí tað merkir, at Fleyr kann leggja seg á odda, um tær vinna 3-0 ella 3-1 í dystinum, ið teir hava leikt minni enn Mjølnir. Mjølnir hevur eisini longu tryggjað sær eitt pláss í steypafinaluni, so lítil ivi man vera um, at tær eru stak væl nøgdar við kappingina higartil. Tað sær út til at kappingin fer at standa millum Fleyr og Mjølnir í ár. Mjølnir menninir í botninum Mjølnir mennirnir byrjaði

í fjør heilt av nýggjum, har nærum alt liðið bleiv skift út. Tað merkti, at liðið bara vann eina dystin alt kappingarárið í fjør. Higartil í ár hevur liðið fingið 3 stig, men tað skal sigast, at tey komu vegna at ÍF hevði brúkt ein ólógligan leikara í dystinum teirra millum. Annars hevur verið ójavnt, hvussu hevur hilnast í dystunum. Nøkur greið tap eru komin, men so eru eisini dystir, har Mjølnir í fleiri settum er komið uppum 20 vunnar bóltar. Tann høgi Steffan Olsen er ein av nýggju Mjølnir leikarunum, ið veruliga hevur víst lovandi taktir frá kantinum. Men kappingarárið verður uttan iva eitt, har Mjølnir fer at byggja víðari og royna at


15

NORÐLÝSIÐ NR. 45 FRÍGGJADAGIN 20. DESEMBER 2013

menna leikararnar, sum framvegis eru sera feskir á hesum støðinum. Klaksvíkar Talvfelag

á odda Innan telving gongur væl hjá klaksvíkingum. Í bestu mansdeildini er Klaksvíkar Talvfelag á odda við

11 stigum, men Havnin og Sandavágur liggja beint í hølunum við 10 stigum. Klaksvíkar Talvfelag 2 liggur nummar 4 við 6,5

stigum. Hjá Klaksvíkar Talvfelag 1 hava Steintór Rasmussen, Finnbjørn Vang og Terji Petersen vunnið 3 stig í part, meðan

Ólavur Simonsen hevur fingið 2 stig higartil. Hjá Klaksvíkar Talvfelag 2 er Tummas Martin Sólsker tann við flestu stigunum

higartil. Hann hevur fingið 3 stig.


16

NORÐLÝSIÐ NR. 45 FRÍGGJADAGIN 20. DESEMBER 2013

VIÐ RASK ARI MANNING BER ALT TIL Tað sigur Finn Hansen, tilbúgvingarleiðari í Norðoyggjum, tá vit spyrja hann um hvussu vikuskiftið spældi av, nú ódnin leikaði í.

Tað byrjaði at ruska um miðdagsleitið, ella kanska um 11 tíðina sigur Finn Hansen víðari. Og tað leikaði í, tað var ikki við mýkindum. Illveðrið helt á líka til umleið kl. 23 í gjárkvøldi. Sløkkiliðsstøðin í Klaksvík er høvuðssentrið tá so er, fólk ringja til 112 tá skaðar henda á hús og ognir og síðani fáa vit boð. Fyrimunirnir við at ringt verður til 112 er, at tey eru serkøn í at taka ímóti boðum frá fólki, ið kanska eru øðrkymlað tá tey ringja, tí tey júst hava verið fyri óhappi. Tá boðini so koma til okkara, eru tey greið, og vit kunnu gera okkum eina meting um hvar neyðin er størst og síðani prioriterað vit eftir tí. Vit hava sera gott fólk her á tilbúgvingini, umframt sløkkiliðsmenninar, so hava vit eisini fólk frá Bjargingarfelagnum. Tá farið verður út til bústaðir ella virkir, har skaðar eru hendir, so royna vit at tryggja sum frægast ímeðan stormur er. Vit umvæla sjálvandi ikki, men royna at tryggja so mikið, at skaðin ikki gerst størri, og at leyst orsakað av skaða ikki fýkur á onnur hús, bil-

ar ella aðrar ognir. Í gjár vóru sera nógvur skaðar fráboðaðir, men tíbetur var talan í flestum førum um smærri skaðar. Men vit sluppu ikki heilt undan teim stóru skaðunum. Magnstøðin fór sera illa og stórur skaði hendi á tekjuna á nýggja Røktarheiminum við Vágna. Skipini sýntust liggja væl í gjár, har var eitt sindur av trupulleikum við Norðborg og Gadus leygardagin í vindinum tá, so óivað hava menn tryggja skipini betur leygardagin. Vit eru takksamir fyri, at ongin mansskaði hendi, hvørki á bjargingarfólkið hjá okkum, ella borgarar annars í Norðoyggjum. Tá slíkt harðveður er, er sera umráðandi at bjargingarfólk bjálva seg væl við klæðum og hava hjálm á høvdinum og brúka handskar. Og so er at ansa sær sjálvum fyrst, ikki at taka sær nakað fyri sum kann vera vandamikið fyri ein sjálvan og tá serstakliga ikki, tá talan bert er um ognir og ikki um menniskjalagnur. Nú høvi býðst, skal eg nýta høvi at takka øllum teimum, sum hugsaðu um bjargingarfólkið. Her komu fólk við suppu, karamellum og køkum, og tað takka vit hjartaliga fyri, tí tað stimbrar at vita at fólk hugsa um okkara hóp av bjargingarfólki, tá slíkt ódnarveður leikar í, tí tað er ikki gamansleikur, ið tey fáast við úti í ódnini, sigur Finn Hansen, stjóri á Sløkkiliðsstøðini í Klaksvík og tilbúgvingarleiðari í Norðoyggjum.


NORÐLÝSIÐ NR. 45 FRÍGGJADAGIN 20. DESEMBER 2013

PRESTUR HANDAÐI POUL

17

FÆRØ JÓL ADEKORATIÓN

Í vikuni heitti eg á Magnus Brahé Jørgensen, prest, um at skriva ein jólainngang til Norðlýsið. Prestur játtaði, men segði samstundis, at hann hevði í longri tíð, hugsa um at givið Poul Færø eina bukett, sum han málbar seg, og spurdi um eg kundi fyriskipa eitt ”treff” hjá teimum báðum. ’ Tað lovaði eg at royna. – Altíð fyrikomandi og opin, játtaði Poul Færø tá eg ringdi. Vit kunnu avtala ímorgin mikudagin, segði hann í fartelefonini á veg av eini jarðarferð í Vágunum, men segði: Í morgin mikudagin, skal eg til jarðarferð í Fuglafirði klokkan eitt, so tað má vera áðrenn miðdag. So var at ringja til prest. Jú, Magnus Brahé Jørgensen segði, at hann var upptikin frá klokkan 11, so avtalað var klokkan 10 fyrrapart mikudagin. Eg vil takka… Vit tríggir hittust so í heiminum hjá Poul Færø, eg við mínum myndatóli.

”Eg vil takka tær Poul, fyri at tú gert eitt so stórt og fyrimyndarligt arbeiði í vitjanartænastuni – fyri at tú vitjar, ikki bert fólk úr tíni egnu samkomu, men eisini kirkjufólk og fólk úr øllum øðrum samkomum. Eg havi kent, at eg átti at geva tær hesa heilsan” Á leið soleiðis fullu orðini hjá Magnus Brahé Jørgensen, sóknarpresti í Klaksvík, tá hann handaði lítla jóladekoratión ti Poul Færø. Poul Færø takkaði fyri, og segði at hann var ógvuliga glaður og ovfarin um tøkkina hann hevði fingið frá presti. Hetta var ein sera hugnalig og gevandi løta, har teir báðir oystu av síni stóru vitan um andaligar spurningar, har eg kendi at serstakliga eyðmjúkleikin og trúgvin vóru í hásæti. Har var tosað um mangt, báðir høvdu nógv at siga

um tilburðir í vitjanartænastuni. Poul Færø segði millum annað, at hann byrjaði sína vitjanartænastu seinast í 60-unum og fyrst í 70-unum. Hann mintist tá Henning Bøegesvang byrjaði sum prestur, tá gekk Henning nógv uppí vitjanartænastuna, og eg trekti meg tí eitt sindur aftur tá. Men síðani hann fór, havi eg kent meg kallaðan at gjørt meira og meira við hesa tænastu í Guds urtagarði. Magnus Brahé Jørgensen, sóknarprestur undirstrikaði týdningin av vitjanartæastuni og helt, at tað ongantíð bleiv gjørt nóg mikið á hesum øki. Vit sótu allir tríggir í stovuni hjá Poul Færø uppi yvir einum hugnaligum kaffimunni, og til seinast endaði Poul løtuna við eini bøn. Oliver Joensen


18

NORÐLÝSIÐ NR. 45 FRÍGGJADAGIN 20. DESEMBER 2013

Bert 11 minuttir til eina góða byrjan

Vit Kla koyr a k ferðsvíkar til i dag r um 2 in!

Í Timburhandlinum á Kambsdali finnur tú alt tær tørvar til bygging, urtagarð, ítriv, hús og heim. Starvsfólkið í Timburhandlinum á Kambsdali eru klár at veita tær ráð og vegleiðing. Góð tænasta er okkara aðalmál. Set teg í bilin og koyr teir 11 minuttirnar frá tunnilsmunnanum í Klaksvík og innar á Kambsdalar. Um 11 minuttir eru ov nógv, so tak telefonina og ger tínar bíleggingar tann vegin. Bilar okkara eru í Klaksvík 2 ferðir um dagin. So tað tú bíleggur fyrrapart veita vit seinnapart sama dag ella tú bíleggur seinnapart og fær vøruna longu fyrrapartin dagin eftir. Skalt tú hava bestu byrjanina - so royn okkum!

”vIT GLEÐA OKKUM AT SÍGGJA TEG Á KAMbSdALI.” Gunnleif Berjastein deildarleiðari

tel 44 44 41 Kambsdalur.indd 4

·

fax 44 48 41

·

kambsdalur@2x3.fo

Jann Martin Mortensen Sølumaður

·

www.2x3.fo

· 01-10-2013 18:05:27


NORÐLÝSIÐ NR. 45 FRÍGGJADAGIN 20. DESEMBER 2013

19


PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD: OLIVER JOENSEN

BOX 58 - 710 KLAKSVÍK - TEL. 456285 - INFO@NORDLYSID.FO

Hvar fært tú iPad við glastrygd? Jólamaðurin veit iPad Air

Fantastiski, lætti og skjóti iPad Air. Nýtt snið og nýggjur skíggi. Nú kanst tú gera meira við minni. Til tey frammarligu. úr

ER Á GOYMSLU!

4.399,-

Glastrygd – bert hjá Nema

Við í keypinum er trygd fyri, at um glasið brotnar, so skifta vit tað ókeypis* Til tín frá Nema.

iPad mini Retina Nú eisini á goymslu. úr

3.599,-

Eisini við glastrygd!

Tórshavn

Klaksvík

Saltangará

mán–frí 08.00–17.30 leyg 10.00–14.00

mán–frí 10.00–17.30 leyg 10.00–14.00

mán–frí 10.00–17.30 leyg 10.00–14.00

Smyrilsvegur 5 tel. 347 300

Stangavegur 53 tel. 347 310

Heiðavegur 25 tel. 347 320

Jólagávur kunnu býtast um til og við 7. januar 2014.

*

Glastrygd frá Nema er galdandi í 1 ár frá keypsdegnum. Keypskvittan skal fylgja við við innlating til umvæling. Í mesta lagi 1 útskifting av glasinum pr. iPad. Glastrygd fevnir ikki yvir aðrar skaðar, sum kunnu vera íkomnir í sambandi við at glasið er brotið. Hetta ávirkar ikki vanliga garantiið, ið vøran hevur – hetta er ein eyka trygd. Tilboðið er galdandi til og við 23. desember.


Nordlysid nr 45 2013