Issuu on Google+

- lokala røddin síðani 1915 NR. 38 FRÍGGJADAGIN 1. NOVEMBER 2013 62. ÁRGANGUR / KR 30,00

TUMMAS LENVIG 90 ÁR NDENDE SK AL ST YRK JA KÍ MINST TIL KIRK JURÁÐSVALIÐ 5. NOVEMBER KÍ ÁRSVEITSL AN Á HOTEL NORÐ 2. NOV.

HB VÆL MANNAÐ Á ÁRSINS LIÐI

Norðlýsið hevur sett ársins lið í Effodeildini fyri 2013. Ikki óvæntað er HB væl mannað á liðinum.

772245 065007

ÓSÁIN SK AL VERA REIN Í 2016

9

KET TA SÆDD Í HAGANUM NORÐURI VIÐ STROND – HARURNAR Í VANDA!


2

NORÐLÝSIÐ NR. 38 FRÍGGJADAGIN 1. NOVEMBER 2013

L E I Ð A R I N

Sum ein hissini provinsbýur Spennandi og áhugaverd var sendingin hjá Dr. Dk um kvinnuflíggjanina úr Føroyum. Danski redaktørurin má sigast at hava rakt blett, og ikki minst hevur hann megnað at elvt til glaðustrok í dunnuhylinum, tí valla nøkur sending í nýggjari tíð, hevur fingið hampafólk úr høvuðsstaðnum upp úr stólinum. Nú hava vit í fleiri ár hoyrt jabbanina av tingi, har tað hevur verið dagligur kostur, at vit, sum væl tíma at búgva her á klettunum, skulu fara at leggja okkum fløt fyri teimum, sum ikki tímdu ella vildu. Ja, sum føroyska kvinnan í donsku sendingini so væl segði um Føroyar, ið vóru ov lítlar fyri hana. Tað er eitt val, ið hon væl hevur loyvi at gera og longri er tann søgan ikki. Kringvarpið fór sjálvandi eisini upp í kóri at kóla og spurdi redaktørin á donsku sendingini, hví hann ikki hevði valt at taka Havnina uppí sína sending. Men her fekk Kringvarpið svar upp á tiltali. Havnin er ikki annað enn ein og hvør annar lítil danskur provinsbýir, teir kenna danir væl til og tað er ikki áhugavert fyri donsku hyggjararnar. Nei, vit vildu vita hvat veruliga rørdi seg ímillum fólkið í útjaðaranum.

Bókin “Linga og Mallus” er nú uppaftur prentað Bókin “Linga og Mallus” er ivaleyst mest eftirspurda bók í Føroyum í nýggjari tíð. Hon kom út í apríl 2012, og varð útseld eftir nøkrum fáum vikum! Síðani hevur verið dúgliga spurt, nær hon fór at verða uppaftur prentað? Nú kemur hon út aftur! Frá umleið 1. november verður hon at fáa í bókabúðum í Klakksvík, Tórshavn, Runavík og á Tvøroyri. Bókin kostar kr. 200 Frá sama høvunda er í ár

útkomin bókin um Óla Jákup - Express “Ùrmælingur í 20. øld”. Óla Jákup var kanska Føroya størsti uppfinnari, royndi at kalla alt møguligt og ómøguligt, var ferjumaður,

lýsibræðari, spreingimeistari, grótbrotaeigari, kendur kommunupolitikari, ein av fremstu monnum í Klakksvíksstríðnum, væl upplagdur og um somu stund skemtingarsamur og

ein álvarsmaður í botn og grund. Bókin kostar kr. 200. Tað er sp/f Status í Klakksvík, sum gevur bøkurnar út.

Kringvarpið, saman við restini av høvuðsstaðarpressuni hevur ikki áhuga fyri slíkum, og skilti tí onki av valinum hjá donsku sjónvarpsstøðini. Tað er púra klárt, at tá 2000 færri kvinnur eru í Føroyum enn menn, so er upplagt, um tú hevur hug at leita hendan trupulleikan upp, har hann merkist, so er tað í útjaðaranum. Nú eru mong ár gingin, síðani Kringvarpið var úti í Fugloy og tosaði við táverandi bygdarráðsformannin har, sum lat illa at, at tað var trupult at fáa kvinnur at støðast har úti. Hann nevndi tá, mest sum í skemti, at kanska hevði man fingið fólkatalið at vaksið, um man fekk nakrar útlendskar kvinnur hendanvegin.

85 ár

Sunnudagin,3novembur verður Otto Joensen 85 ár Dagurin verður hildin saman við familjuni.

Hetta vísti bara, at tað eru mong, mong ár síðani at útjaðaraøkini í ólukkumát hava kent sviðan av at, kanska serliga kvinnur meira enn menn, ikki støðaðust á smáu plássunum og kanska mest á útoyggj. Jú, ein sera áhugaverd sending, ið væl lýsti ein part av føroyska dagligdegnum og trupulleikanum, ið vísir seg, tá fólk flyta av landinum. Stóru býirnir kring um í heiminum draga sum magnetar, eisini úr provinsbýnum Tórshavn, men møguliga fara tað at vera onnu, ið hava hug og hegni at búleikast her á klettunum saman við okkum øðrum, livst so spyrst.

M/b Reynsmúli til sølu við línureiðskapi. Báturin hevði millumsýn í februar og er klárur at fara í vinnu.

Oliver

Áhugaði kunnu venda sær til Tlf. 45 50 19

amr.fo


3

NORÐLÝSIÐ NR. 38 FRÍGGJADAGIN 1. NOVEMBER 2013

Fult hús - og nóg mikið til øll?

Føroysku húsini eru meira og meira online, og til hetta krevst rætta breiðbandshaldið. Vit hava fleiri tól online samstundis, vit nýta nógvar ymiskar tænastur, og fleiri teirra eru krevjandi, bæði tá tað snýr seg um búnað og um hald.

Ring 80 80 80, vitja www.ft.fo ella kom inn í Telebúðina í Telebúðini vegleiða vit teg fegin í øllum tínum telespurningum. Vælkomin í tína Telebúð

Hevur tú rætta haldið til tína nýtslu? Sí meira á www.ft.fo


4

NORÐLÝSIÐ NR. 38 FRÍGGJADAGIN 1. NOVEMBER 2013 Tummas Lenvig (f. 1923). Útbúgvin lærari og seinni cand. phil. í føroyskum. Hevur granskað nógv í kvæðaskaldskapi og arbeitt nógv við tíðarbilum, tá ið føroyskur tjóðskaparandi kyknaði seinast í nítjandu øld Mynd: Sonja Ravnsfjall Kjølbro

»Eg fann teg í kvæðum…« Lærarin, granskarin og høvundurin Tummas Lenvig 90 ár Pól á Kletti Eg fann teg í kvæðum, sum fólksins varrar lyftu úr øld í øld, eg fann teg í søgum og sagnatali, har fóksins brøgd vóru tøld… (Chr. Matras: Móðurmálið. Tingakrossur, 1938) Tummas Lenvig, cand. phil., fyrrverandi yvirlærari í Klaksvík, verður 90 ár leygardagin 2. november. Passar tað? spyrja vit. Hesin spelkni, ferðugi maður kann ikki vera so gamal. Og kemur tú á tal við hann, so merkist als ikki aldurdómur. Andliga kvæmur sum altíð. Men trúgv tí ella ei, Tummas hjá Hans Frederiki, sum vit nevndu hann í heimbygdini Hesti, er veruliga so gamal.

Eg fari í huganum ein spákingartúr 37 ár aftur í tíðina – til Norðuroya; árið er 1976. Eg og skúlafelagar høvdu verið í Fugloy nakrar dagar og havt tilhald í Keldhúsi í Hattarvík. Hetta var síðsta vika í mai og av besta summarveðri. Fuglingar vóru júst farnir undir at gera veg úr Hattarvík til Kirkju og vóru komnir niðan á Kross. »Gløgt er gestsins eyga«, verður sagt, og tað, sum eygað her beinanvegin gav gætur, var hvussu avbera væl, hetta vegarbeiði var frágingið. Eftir nakrar minnisríkar dagar í Fugloy – hesi søguríku oyggj – varð farið við Másanum inn í Sund og haðani til Klaksvíkar á veg heimaftur. Vit komu beint í Norðoyastevnuna, sum í fagrasta sólskinsveðri kundi hátíðarhalda sín fjøruti ára stevnudag.

Eftir kappróðurin fóru eg og ein annar skúlafelagi út í Grøv at vitja Tummas Lenvig, lærara. Vit vóru úr somu bygd, Hesti, og eg vildi ikki fara úr Klaksvík aftur uttan í minsta lagi at hava hitt hann. Jú, Tummas og konan Malan vóru stødd oman fyri húsini og tókust við eitthvørt fyrifallandi í góðveðrinum. Nýggju hús teirra stóðu í gerð, so tey búðu enn hjá Símun Peturi Zachariassen (faðir Maluna), sum enn var á lívi avgamal. Hann hevði verið lærari í Klaksvík og drúgt áramál løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin í Norðoyum. Vit vórðu alt fyri eitt bodnir inn til ein kaffimunn. Greiddi fyri honum, at vit fyri fáum tímum síðan vóru komnir úr Fugloy og datt prátið beinanvegin niður á støðuna á bygd. Nevndi

fyri honum tað skilagóða í vegagerð millum Hattarvík og Kirkju, tí nú fór at verða høgligari við ferða- og postflutningi; var ókyrra í aðrari bygdini, so kundu líkindi vera hjá postbátinum at leggja at í hinari og við akfari fáa farm fluttan eftir oynni. Tyrluflúgving var eingin tá innanoyggja. Tummas spurdi, um eg helt tað fara at bragda í Hesti. Har var atløgubryggja og bátahavn, men mangan um veturin ikki nóg kyrt, hvørki hjá postbáti at leggja at ella hava bátar liggjandi. Tá talaði eingin um fráflyting, tí í Hesti búðu enn um 70 fólk, og har var nógvur útróður og fiskaarbeiði; men sekstan ár seinni – í 1992 – tá bygdin fekk nýggja og stóra bátahavn og síðan ferjulegu niðri á Hellu, var fólkatalið nógv

minkað og útróðurin bert viðfáningur. Tað hendi tíverri ikki sum frammanundan spáað – at har land og kommunur skapaðu fortreytir, fóru einstaklingar at taka sær um reiggj við vinnuvegum fyri allar arbeiðsførar hendur á bygd. Nú vóru aðrar treytir hjá útróðrarmonnum og virkiseigarum. Dýrtíðir og lógir og reglur, ið løgdu vinnuligar fótonglar í vegin. Eitt hamskift bygdasamfelag Minnist væl í summarfrítíðini, at Tummas og døturnar Súsanna og Mildrid vitjaðu í Hesti. Tummas mest í hoyna. Men hetta var ikki sama bygdin, ið Tummas var farin frá, tá hann sum unglingi í 1930-árunum fór til Havnar at ganga í preliminerskúla.

Beint fyri seinna heimsbardaga var fólkatalið í Hesti nakað oman fyri hundrað, skúlabarnatalið millum 20 og 30 og fólk í hvørjum húsi. Eins og aðrar útoyggjabygdir hevur Hestbygd eisini verið fyri teirri lagnu, at manntalið líðandi tók at lækka eftir krígslok í 1945. Tey ungu, sum komu til tá, leitaðu fleiri so við og við burtur úr bygdini – til Havnar alla aðrastaðni; onkur flutti av landinum. Summi fóru í læru, onnur fingu sær arbeiði, fleiri giftust ung, settu búgv og komu tí ikki aftur. Men onkur var eisini fluttur til Havnar fyrr ella farin til Danmarkar í læru fyri kríggið. Í dag standa fleiri hús tóm og ikki fleiri enn fjúrtan fastbúgvandi fólk í bygdini. Soleiðis hevur eisini


5

NORÐLÝSIÐ NR. 38 FRÍGGJADAGIN 1. NOVEMBER 2013 gingist øðrum bygdum, og nú komu nýggjar lógir, ið søgdu, at allur ungdómur eigur møguleika at halda fram við skúlagongd síni í framhaldsskúla við lagaligum treytum. Hetta hevur havt og hevur ta ávirkan við sær, at hesi blaðungu, sum kunnu ferðast aftur og fram, setast ikki aftur, og úrslitið er, at tey hvørt eftir annað hvørva úr bygdasamfelagnum. Hugurin at búgva har og liva hitt vanliga, gamla og vanabundna bygdarlívið viknar og hvørvur. Bygdarmentanin – hin gamla siðvenja í bø og haga – viknar eisini líðandi við teim eldru, sum við árunum týnast burtur og hvørva. Men tað ber ikki til bert at pota í annan leypin, tí so skeiklast klyvin. Sjálvandi eru undantøk, at ung fólk royna at kveikja nýtt lív í bygdasamfelagið á ymsan hátt við nýhugsan. Lærari og blaðstjóri Tummas Lenvig er føddur í Hesti 2. november 1923 og næstelstur av fimm børnum hjá Sonnu f. Joensen úr Nólsoy og Hans Frederiki Lenvig, fiskimanni og óðalsmanni, úr Hesti. Tummas fór á preliminerskeið í Havn í 1938 og tók preliminerprógv í 1940. Arbeiddi heima og í Íslandi undir krígnum, men kom í 2. flokk á Føroya Læraraskúla í 1943 og tók prógv í 1946. Árini 194648 var hann vikarur í Bø og Gásadali, 1948-49 vikarur í Klaksvíkar fólka-, millumog realskúla og lærari á Klaksvíkar Sjómansskúla. Settur lærari í Leynum 1. juli 1949. Hetta árið giftist hann Maluni, dóttir Kathrinu Mariu og Símun Petur Zachariassen í Klaksvík. Tey fluttu nú til Norðdepils, har Tummas tók við lærarastarvi 1. mai 1950. Skúlaárið 1953-54 var hann á ársskeiði á Danmarks Lærerhøjskole og hevði lærugreinirnar: enskt, týskt, pedagogikk, praktikk, metodikk og heimsbókmentir. Úr Norðdepli flutti Tummas í 1956 og tók við fyrst sum tímalærari í Klaksvík og árið eftir við føstum starvi. Í 1961 varð hann settur sum yvirlærari í Klaksvíkar skúla. Í tíggju ár – frá 1958 til 1968 – var Tummas lærari í Klaksvíkar Handilsskúla. Ábyrgdarblaðstjóri var Tummas á málgagni Sjálvstýrisfloksins, Tingakrossi, árini undir sjálvstýrislandsstýrinum 1963-66. Hann skrivaði og greiddi til prentingar minningarrit hjá

Niðri í Fjøru í Hesti – ein horvin bygdarmynd. Seinastu neystini og neystatoftirnar vórðu beind burtur, tá nýggj bátastøð varð javnað eftir at bátahavnin varð dýpd og rúmkað miðskeiðis í 1960-árunum. Húsini omanfyri eru vinstrumegin frá: Hjá Rasmusi og Á Nýlendi. Tað fyrra er barndómsheim Tummasar Lenvig Mynd: Føroya Fornminnissavn

Viljans verk æt fólksins frami (Sprotin, 2001). Hetta er savn av blaðgreinum frá tíðini millum báðar heimsbardagarnar í undanfarnu øld. Greinasavnið gevur serstakliga mynd av teirri stríðsstøðu, sum Jóannes bóndi og Kristin í Geil komu í fyrra helmingi av tjúgundu øld Norðoya Sparikassa 1959, 1969 og 1994. Savnaði saman við øðrum tilfar til »Aftursagnabókina«, sum kom út í 1965. Í 1972 legði hann til rættis útgávuna »Ein yrkjari

á útoyggj«. Hetta er savn við tilfari á bundnum og óbundnum máli eftir føroyingafelagsmannin og læraran Símun Michael Zachariasen á Kirkju. Hann var abbi Malunar í faðirætt.

Í 1903 gav Jóannes Patursson út bókina »Færøsk Politik«, ið sum fráleið gjørdist lærubók hjá føroysku sjálvstýrisrørsluni. Tummas Lenvig týddi hana til føroyskt, »Føroyskur politikkur – nøkur søgubrot«, sum forlagið Sprotin gav út. Nýggi politikkurin hjá Jóannesi Patursson er í gjøgnumhugsaðum líki lagdur fram í hesari bókini. Eftir hetta kundi eingin vera í iva um, at miðað varð eftir størri sjálvstýri Í 1959 var Tummas ein teirra, ið tóku stig til at geva út jólabókina »Hugnalig jól«, og stóð fyri henni. Henda bók kom út fram í

1970-árini og taldist millum best umtóktu dagdvølju, føroyingar tá fingu til jóla. Í 1979 varð Klaksvíkar

skúli býttur í tvær deildir. Tummas varð tá lærari í Skúlanum á Ziskatrøð til hann fór úr starvi í 1987. Ungur nemur, gamal fremur Orðatakið »ungur nemur, gamal fremur« kann sanniliga nýtast um Tummas Lenvig, tí tá tíðin nærkaðist fráfaringaraldri við eftirløn, settist hann aftur á skúlabonk og fór undir hægri lestur. Eftir ársskeið á Føroyamálsdeild Fróðskaparseturs Føroya 1977-78 fór hann at lesa til exam.art í norðurlendskum, serliga føroyskum máli og bókmentum. Fór síðan undir høvuðsgreinalestur á Føroyamálsdeildini og tók prógv sum cand. phil. í 1991. Og tað eru ikki »grælingafjaðrar« – so segði Viderø – sum Tummas her í granskingar- og savningararbeiði sínum hevur lagt fram í ljós. Sum lærara kenni eg ikki Tummas Lenvig, men tað eru so mangir aðrir hættir at »sita við føtur Gamaliels« enn í eini skúlastovu. Tí »maður er mans gaman« – tú kanst læra og fáa vitan í samveru og samskifti. Og her hevur Tummas mangan leitt hin kunnskapartráandi fram at lívgandi kelduvaði, so tú fært drukkið teg ótystan av vísdómi og anda. Sum blaðmaður á Dimmalætting havi eg havt ávíst samstarv við Tummas Lenvig. Hugsi her serstakliga um greinatilfar, hann fyri nøkrum árum síðan læt blaðnum; m.a. um stjórnarligu byltingarnar í Norðurlondum undir Napoleonskríggjunum, um sagnarlandið Atlantis, Opinberingina o.a. Eg legði fyri við fyrsta ørindi úr yrkingini »Móðurmálið«, »Eg fann teg í kvæðum...«, sum skaldið Christian Matras vígdi føroyskum studentum og læt prenta í Tingakrossi 29. januasr 1938, sama ár sum Tummas fór á preleminerskúla í Havn. Og júst kvæðini hava havt serstakan týdning fyri Tummas og hansara ætt. Eg hugsi her serstakliga um langommubeiggjan Tummas Rasmusson, bónda Heima í Húsi í Koltri, sum skrivaði kvæðasavnið »Koltursbók« í 1848 (48 kvæði, 474 síður) og gav Jákupi Jakobsen doktara tað í 1887. Og tá Emil Juul Thomsen í Bókagarði sínum setti á at geva út »Føroya kvæði« í 1990-árunum, var Tummas Lenvig honum góður í ávikum og hin ósvitaligi


6

NORÐLÝSIÐ NR. 38 FRÍGGJADAGIN 1. NOVEMBER 2013

Tveir yrkjarar úr Kvívík. Ritgerðirnar í hesum setursriti (Fróðskapur, 2006) eru um kvívíkingarnar og yrkjararnar Kvívíks-Jógvan og Jóan Petur uppi í Trøð. Tummas Lenvig skrivar um Kvívíks-Jógvan og skaldskap hansara, og Katrin Næs viðger ta kendu brúðarvísuna hjá Jóan Peturi uppi í Trøð hjálparmaðurin, so at tað eydnaðist at fáa út 37 bind. Sjóvarbóndin yrkti Grettis kvæði Og í kvæðagransking – serstakliga kvæ��askaldskapinum hjá Sjóvarbóndanum Jens Chr. Djurhuus (17731853) – er Tummas komin til úrslit, sum hava jarðað onkra seiglívaða spunasøgu. Her hugsi eg serstakliga um »Grettis kvæði« og upphav tess. Í ogn hevur Tummas eitt handrit við »Orminum Langa«, sum langabbi hansara í Hesti, Hans Joensen, vanliga nevndur Hanus í Jósansstovu, hevur átt. Hanus í Jósansstovu (18301888) var giftur við Jóhonnu Elisabeth Rasmusdatter (1825-1921) úr Koltri, systir Tummas Rasmussen (18221908), ið skrivaði »Koltursbók«, sum er í varðveitslu á Føroyamálsdeild Fróðskaparsetursins. »Tá ið kannað varð eftir, kom tað til sjóndar, at ‘Ormurin Langi’ stendur sum nr. 2 har, og at hondin í mínum handriti finst aftur í ‘Koltursbók’, mest átøk henni í miðjuni og úteftir,« sigur Tummas Lenvig í greinargerðini »Yrkjarin við Sjógv og Ormurin Langi«, prentað í Varðanum, 57. bindi, 1990. Men aftur til »Grettis kvæði«. Mortan Nolsøe, sáli, nevndi tað »traditiónsmagnet«, tá fólk ikki við vissu vita, hvør yrkt hevur eitt kvæði, vísu ella sang,

men fara at gita, tí evni og yrkingarlag minna um ávíst skald. Og at gitingin gerst seiglívað spunasøga er »Grettis kvæði« gott dømi um. Lesið bert tað, sum Jóannes bóndi Patursson hevur at siga um kvæðið í Gyltubók: Jákup Nólsoy, »forvaltari« við kgl. handilin úti í Havn, ber orð fyri at hava yrkt hetta kvæðið. Ta longu rímu Jøkils kvæði hevur hann eisini yrkt, í felag við tveimum øðrum Nólsoyingum. Jákup var kønur í íslendskum søgum. Hann hevði sær til stuttleika at skemta fólki við upplestri úr søgubókum, helst tá langfaramenn, sum vóru komnir til handils, lógu veðurfastir í Havnini. [...] Jákup sigur sjálvur, at hann hevur tikið yrkisevnið til Grettis kvæði úr Íslendinga søgu. Kvæðið sjálvt prógvar, at so er. Annars hava ivaleyst verið fyrndargamlar sagnir um Grettir sterka í Føroyum. Tað merkir m.a. tiltakið: Hatta hevur eygu sum á Glámi, sum sagt er um eitt í gløir øðisliga. Glámur var dreygurin (trøllið), ið Grettir bardist við, sum setti slíkar glámur á Grettir, at hann síðan ræddist myrkur. Orðið »glámlýsi«, t.e. ljós, sum villir sjónir, man eisini sipa til hetta sama viðbragdið. [...] Summir vilja siga, at Sjóvarbóndin hevur yrkt Grettis kvæði. Tað man vera reiðiliga ivingarsamt.

Framtakssemi í andgletti (Sprotin 2012). Í 1890 heitti Løgtingið á Jóannes Patursson um at standa fyri royndarbrúki á garði sínum í Kirkjubø. Hann skuldi eisini hava næmingar í læru í nýskapandi royndararbeiði sínum. Virksemið byrjaði í 1892, og fyrsti næmingurin kom í læru árið eftir. Í 1898 helt Jóannes bóndi grundarlag vera fyri einum veruligum búnaðarskúla í Føroyum og ætlaði sær at halda fram. Men føroysku myndugleikarnir vildu heldur steðga hesum framtakinum

Tá ið føroyskt málstrev byrjaði (Sprotin, 2009). Tilfarið í hesum savni stavar frá tíðarskeiðinum 1888 og fram til aldamótið 1900. Hetta eru blaðgreinir, Tummas Lenvig hevur savnað, har høvuðsevnið viðvíkur rættindunum hjá fólksins egna móðurmáli, nú tíðin hevði við sær, at kommunalir barnaskúlar vórðu settir á stovn úti um landið, og børnini fingu plikt at ganga í skúla. Nýstovnaða Føringafelag hevði elvt til, at eitt føroyskt málstrev av álvara var íbirt

Yrkingin líkist ikki hansara. Hon hevur sama lagið sum Jøkils kvæði, og tað hevur Jákup Nólsoy yrkt. Samanber t.d. nátúrlíkingina í Jøkils kvæði: »Gluggaluft á himni stóð, lítið mánin sá, ymsir flókar fyri drógu, ymsir drógu frá« við Grettis kvæði: »Kavaguva á fjøllum stóð, rok á firði mól«. Tummas Lenvig sigur seg í nevndu greinargerð um Sjóvarbóndan og Ormin Langa hava fingið innlit í eitt handrit, varðveitt á Landsbókasavninum, sum Jens Christian Djurhuus hevur skrivað til ein Jens Christian Johnsen [Joensen] í Sandvík. Talan er um kvæðauppskriftir. At skjalið er áhugavert við atliti til Grettis kvæði, svitast ikki við hesum orðum at enda: »Da der nu ey er Rum til flere Qvæder i dette Hefte, vil jeg allene tilmælde Dig (c: Jens Christian Johnsen, Qval viig, Suderøe) hvad Sange endnu af mig ere digtede, nemlig Gretters Qvæje, Viljorms Qvæje, Guldbrands Rujma, Lorvujks Totteren, Hunda Tottirin, Olva Risa Kona, Bjadne Risa, Abba Nua og Bidlu sujmena Tott, som jeg dog kun har digtet en Deel af.« Her er eingin ivi: Jens Christian Djurhuus hevur yrkt Grettis kvæði. Hann sigur tað sjálvur.

gjøgnumhugsaðum líki lagdur fram í hesari bókini. Eftir hetta kundi eingin vera í iva um, at miðað varð eftir størri sjálvstýri. Annað týðandi verk er »Tá ið føroyskt málstrev byrjaði« (Sprotin 2009). Tilfarið í hesum savni stavar frá tíðarskeiðinum 1888 og fram til aldamótið 1900. Hetta eru blaðgreinir, har høvuðsevnið viðvíkir rættindunum hjá fólksins egna móðurmáli, nú tíðin hevði við sær, at kommunalir barnaskúlar vórðu settir á stovn úti um landið, og børnini fingu plikt at ganga í skúla. Nýstovnaða Føringafelag hevði elvt til, at eitt føroyskt málstrev av álvara var íbirt. Bløðini, sum greinirnar eru fingnar úr, eru »Dimmalætting«, »Færøsk Kirketidende« og »Føringatíðindi«. Tilfarið leggur fyri við at umtala tað upprunaliga stevnumið og mál, sum Føringafelag setti sær fyri: Fyrst og fremst at vinna Føroya fólks egna móðurmáli heimarætt í Føroyum til nýtslu í kirkju, skúla og sum rættarmál. Men umframt hetta umboðar tilfarið eisini eitt uppkomið mótrák ímóti hesi stevnu. Og tað fær lesarin eisini greitt innlit í. Ritgerðirnar í setursritinum »Tveir yrkjarar úr Kvívík« (Fróðskapur, 2006) eru um kvívíkingarnar og

Týðandi keldur til Føroya søgu Tummas Lenvig hevur seinastu árini skrivað, týtt og savnað tilfar til fleiri bókaverk, ið hava ómissandi virði sum keldur til Føroya søgu og eru hent amboð hjá teimum, sum granska bókmentir. Hann hevur m.a. skrivað bókina »Fyrsta føroyska skaldsøgan, Regin í Líð: Bábelstornið. Evni og hugsjónir hennara« og givið hana út sjálvur. Somuleiðis hevur hann savnað og greitt til útgávu tvey greinasøvn úr tí tjóðskaparligu vekingartíðini, »Frælsmannamál« (Bókagarður, 1997) við blaðgreinum og fólkafundarrøðum frá 1899 til 1926, og »Viljans verk æt fólksins frami« (Sprotin, 2001) við greinum og røðum frá 1921 til 1938. Greinasavnið gevur eina mynd av stríðsstøðuni, sum serstakliga Jóannes bóndi og Kristin í Geil komu í fyrra helmingi av tjúgundu øld. Í 1903 gav Jóannes Patursson út bókina »Færøsk Politik«, ið sum fráleið gjørdist lærubók hjá føroysku sjálvstýrisrørsluni. Tummas Lenvig týddi hana til føroyskt, »Føroyskur politikkur – nøkur søgubrot«, sum forlagið Sprotin gav út. Nýggi politikkurin hjá Jóannesi Patursson er í

yrkjararnar Kvívíks-Jógvan og Jóan Petur uppi í Trøð. Tummas Lenvig skrivar um Kvívíks-Jógvan og skaldskap hansara og Katrin Næs, miðnámsskúlalærari, viðger ta kendu brúðarvísuna hjá Jóan Peturi uppi í Trøð. Í fjør gav forlagið Sprotin út »Framtakssemi í andgletti«, har Tummas Lenvig lýsir búnaðarskúlan hjá Jóannesi Patursson í Kirkjubø. Í 1890 heitti Løgtingið á tann unga, framfýsna kirkjubøbóndan um at átaka sær at standa fyri royndarbrúki á garði sínum. Hann skuldi eisini hava næmingar í læru í nýskapandi royndararbeiði sínum. Virksemið byrjaði í 1892, og fyrsti næmingurin kom í læru árið eftir. Í 1898 helt Jóannes Patursson, at nú var grundarlag lagt undir ein veruligan búnaðarskúla í Føroyum og ætlaði sær at halda fram. Men føroysku myndugleikarnir vildu heldur steðga hesum framtakinum. Her kundi verið trivið í so mangt annað; Tummas Lenvig hevur týtt søguna hjá Troels-Lund um Magnus Heinason, men lat vera nóg mikið hesuferð. Vit ynskja Tummasi hjartaliga tillukku við teimum níti árunum.


7

NORÐLÝSIÐ NR. 38 FRÍGGJADAGIN 1. NOVEMBER 2013

NDENDE SK AL ST YRK JA KÍ Ndende gjørdi í vikuni sáttmála við KÍ. Bæði TB áskoðarin Niels Petersen og fyrrverandi liðfelagin Eli Simonsen siga, at KÍ hevur fingið ein dugnaligan leikara. Kanska ein tann besta í føroysku kappingini. Jákup Ósá Í seinasta blaði stóð, at KÍ var millum liðini, ið royndu eftir 30 ára gamla Ndende Adama Guéye hjá TB. Tað ljóðaði eisini, at ÍF, EB/ Streymur, B68 og AB vístu honum áhuga. Men týsdagin kundi KÍ kunngera, at felagið hevði fingið ein 2 ára sáttmála við leikaran frá Senegal, ið kann røkja nógv ymisk pláss, men sum oftast er brúktur á sentrala miðvøllinum. Ndende hevur leikt 152 dystir í Effodeildini og skorað 22 mál. Umframt TB í ár, so hevur hann umboðað B68 í 5 ár. Hann hevur altíð spælt minst 25 dystir, so talan er um ein leikara, ið vanliga ikki missir nógvar dystir eitt kappingarár. Niels: Ein av landsins bestu leikarum

Kendi TB fjepparin Niels Petersen hevur fylt væl við Effodeildini 2013 og serliga TB. Hann letur væl at nýggja KÍ leikaranum. - Ndende er ein krút hamrandi sterkur miðvallari. Ja millum tríggjar teir frægastu í landinum enntá, tá eg tosi um sentralar miðvalla leikarar. Eftir mínum tykki fara vit at síggja ein enn sterkari og meira markantan Ndende í KÍ, enn vit áður hava sæð, nú hann kemur til eitt lið, ið fer at bjóða av í oddastríðnum. Hann hevur verið rættuliga ”einsamallur” á sentrala miðvøllinum á undanfarnu liðum sínum, men komandi ár vænti eg, at vita fara at síggja hansara veruligu styrki. Hann var fantastiskur fyri TB, og eg harmist almikið yvir, at hann er fa-

rin hiðani. KÍ fara eftir mínum tykki at fáa enn meira burturúr krútsterku senegalsku bjørnini, sigur Nils Petersen um Ndende. Eli: Ein veruligur fongur Viðoyingurin Eli Simonsen lesur í USA, men spældi í summar á næstbesta liðinum hjá KÍ. Hann spældi í 2010 og 2011 saman við Ndende í B68. Hann er samdur í Niels við, at kemur Ndende til sín rætt, so hevur KÍ fingið ein av bestu leikarunum í føroysku kappingini í sín hóp. - Mín meining um hann er, at tá hann sleppur til sín rætt og hevur spæligleði, tá er hann nokk ein tann besti leikarin í Føroyum. Hann er heilt ótrúliga dugnaligur at spæla skjótt kombinatiónspæl, tá liðfelagar síggja

tað og koma við í spælið. Vert er at leggja til merkis, at hann dekkar øll plássini á vøllinum. Hjálpur til har afturi, luttekur í spælinum, fer inn í feltið, er sterkur í luftini o.s.fr., sigur Eli Simonsen. Hann heldur, at tað besta fæst burturúr Ndende á miðvøllinum. - Eg haldi avgjørt, at hann er best á miðvøllinum og kann faktisk gera, sum hann vil. Her hugsi eg um, at hann ikki skal bindast sum ein verjukendur miðvalla leikari, men sum sentralur miðvalla leikari við loyvi at reika runt. Har er hann best. Tá hann sleppur tað, so er hann allastaðni á vøllinum, sigur Eli Simonsen.

KÍ ÁRSVEITSL AN VERÐUR Á HOTEL NORÐ 2. NOVEMBER Jákup Ósá

Ársveitslan hjá KÍ verður í ár á Viðareiði leygarkvøldið 2. november. Veitslan í ár verður á Hotel Norð á Viðareiði, sum eisini er ein KÍ bygd, har fleiri leikarar hjá KÍ búgva. Tískil passar tað uttan iva væl til, at KÍ eisini vísir andlit norður eftir, sigur formaðurin í KÍ Tummas Lervig. - Vit hava nú haft ársveitslu í Klaksvík í tvey ár og vit hildu, at nú var tíðin komin at hyggja norð til Viðareiðis at hava okkara veitslu. Har eiga vit nógvar trúgvar viðhaldsmenn og fleiri góðar leikarar í felagnum, so tað var upplagt, sigur Tummas Lervig. Ókeypis bussar koyra frá sandinum í Klaksvík

leygarkvøldið kl. 19.00 og aftur til Klaksvíkar nakað eftir midnátt. Á skránni er m.a. 3 rættað menu, val av ársins leikarum og stjørnuskotum hjá kvinnum og monnum og søla av KÍ blusunum 2013. Spennandi verður eisini at frætta, um nøkur nýggj avdúking verður. Í 2011 avdúkaði KÍ Páll A. Klettskarð sum nýggjan leikara, meðan tað í 2012 bleiv avdúkað, at Atli Danielsen skuldi spæla við KÍ. Eisini vera røður frá

m.a. borgarstjóra og gestarøðara á skránni. Gestarøðarin í ár verður Rudolf Joensen. Atgongumerkir kunnu keypast á 300 kr. í Effo í Klaksvík ella við at ringja á tlf. 221991, frætta vit úr KÍ. KÍ og Billiardfelagið samstarva um dansin Dansur verður í Skálanum sama kvøld. Billiardfelagið hevur veitslu í samband við, at í ár hevði Haldur Holm fylt 100 ár. Tað er eisini

Haldur Holm Cup handan dagin. Alt endar við einum rimmar dansi í Skálanum. Í tí sambandi koyra ókeypis bussar frá Viðareiði til Klaksvík nakað eftir midnátt. Hallur Joensen og Karl Martin spæla til dansin. KÍ og Billiardfelagið samstarva um dansin, har nógv fólk kann væntast. Um ein hevur atgongumerki til KÍ veitsluna, so fæst atgongumerki til dansin við Karl Martin og Halli fyri 100 kr.


8

NORÐLÝSIÐ NR. 38 FRÍGGJADAGIN 1. NOVEMBER 2013

FISKIVINNUROYNDIR 2014 LÝSING EFTIR UMSÓKNUM Fiskivinnuroyndir er játtan hjá Fiskimálaráðnum til tess at stuðla praktiskum, vinnuligum og vísindaligum royndum og kanningum, ið menna og økja um framleidnið í føroyskari fiski­ vinnu við atliti at lívfrøðiliga, búskaparliga og samfelagsliga burðardyggari gagnnýtslu av havtilfeinginum. Verkætlanir, sum stuðul kann søkjast til, eru skipaðar í trý høvuðsøki: •

Royndarveiða og virðisøking av fiski.

Burðardyggur fiskiskapur.

Búskaparlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni.

Fyritøkur, almennir stovnar og einstaklingar kunnu søkja um stuðul úr Fiskivinnuroyndum. Les meira á fvg.fo Her finnur tú programmið fyri 2013­15 við fleiri undirpunktum, umsóknarbløð, veg­ leiðingar og annað kunnandi tilfar. Serligur dentur verður lagdur á, at: •

Vinnan tekur lut í verkætlanini.

Eginfígging ella onnur fígging er.

Samstarv er við almennar og/ella privatar samstarvsfelagar í Føroyum og/ella uttanlands.

At verkætlanin er skipað við einum stýrisbólki at fylgja við gongdini.

Fiskivinnuroyndir kunnu útluta tilsamans 3,8 mió. kr í 2014 til nýggjar og verandi verkætlanir.

Fiskimálaráðið

Víst verður á, at møguleiki eisini er hjá vinnuni at søkja um stuðul til setan av vinnugranskara innan fyri omanfyrinevndu økir við fígging upp til 50% (max. 300.000 kr. um árið í 3 ár). Um tørvur er á at orða hugskot til Ítøkiligar verkætlanir, ber til at seta seg í samband við samskiparan um hetta. Áhugað eru eisini vælkomin at venda sær til Jákup Mørkøre, samskipara, við møguligum spurningum. Umsóknir skulu vera samskiparanum í fiskivinnugransking í hendi í seinasta lagi mánadagin 18. november 2013 kl. 12:00. Jákup Mørkøre, samskipari tel.: 35 30 30 fartel.: 55 32 48 t­post: jakupmo@fisk.fo Umsóknir skulu sendast til: Fiskimálaráðið att.: Samskiparin í fiskivinnugransking Postboks 347 Yviri við Strond 15 FO 110 Tórshavn Fyrivarni verður tikið fyri játtan á løgtingsins fíggjarlóg fyri 2014.

Linga og Mallus Bókin um Lingu og Mallus er nú uppaftur prentað, og verður at fáa í bókabúðunum kring landið seinast í hesari vikuni. Bókin kom út í fjør summar, men varð útseld eftir 2-3 vikum. Síðani hevur verið dúgliga spurt eftir henni. Eisini verður mint um bókina frá sama rithøvunda um Óla Jákup – Express – “Úrmælingur í 20. øld”. Í teimum plássum, har eingin bókasøla er, kunnu fólk ringja ella senda teldupost til forlagið, sum so sendir bøkurnar við postinum: Forlagið er: Sp/f STATUS Postrúm 250 710 Klakksvík Tlf. 45 75 00 teldupostadr: status@olivant.fo


9

NORÐLÝSIÐ NR. 38 FRÍGGJADAGIN 1. NOVEMBER 2013

Brúdleyp

Tøkk

Hjartaliga takk øll tit ið mintust til mín á mínum 80 ára føðingardegi. Alma Petersen, Klaksvík

Tøkk Leygardagin 16. november giftast vit bæði, Maria í Frammistovu Kirkju og Jógvan í Heimistovu Joensen Svínoy. Vígslan verður í Svínoyar kirkju kl. 12. Dagurin verður hildin í Gamla Garði kl.18. Tey sum hava hug at hátíðar halda dagin saman við okkum kunnu siga frá á tlf. 265459 ella á tlf. 283601 helst innan 9. november. Vinarliga Maria & Jógvan

Verðra- & lambskrov til sølu

Tøkk

Hjartaliga takka vit øllum somlum sum vóru við til at gera hjúnarbandsdagin hjá okkum, 3-8-2013 ógloymandi. Túsund takk øll somul

Eitt veðrakrov og nøkur lambskrov av Syðradali til sølu. Tel. 75 66 31

Heilsan Marian Isaksen og Jósvein Jacobsen

Gamalt/Ný t t

80ára føðingardagur

Vit taka ímóti: Urtapottaskálum til jóladekratiónir Sofaborð Spegl Krakkar Bókahyllar

Mikudagin 6. november fyllir Hans Jacob Andreasen (vanliga nevndur Hans Jacob hjá skopininginum) Klaksvík 80 ár. Dagurin verður hildin leygardagin 9. november í hølunum hjá Klaksvíkar Húsmøðrafelag Bøgøtu 3, frá kl 17.00

Vælkomin

Øll eru vælkomin.

Karl Hendriksen níti ár

Hin 19. oktober fylti Karl Hendriksen níti ár. Karl er ættaður úr Mikladali.

Hann byrjaði at læra á bedingini í Klaksvík, men hevur búð stóran part av lívi sínum í Havn. Í 1954 byrjaði hann at starvast á Tórshavnar skipasmiðju, har hann var í 28 ár til saman. Hann var m.a.við til at byggja fyrsta stállínuskipið, sum bygt var í Føroyum, “Porkening”. Eisini arbeiddi hann sum húsasmiður eitt skiftið. Karl hjálpti til sum klokkari við Havnar kirkju og avloysti eisini sum deknur har. Eisini var hann ein teirra, sum spældi urgu í meinigheitshúsinum og var virkin í tí arbeiðinum. Nú eru fleiri ár síðan hann og konan, Elinborg, fluttu úr Havn og bygdu sær hús í heimbygd hansara Mikladali. Har byrjaði

hann beinanvegin at taka lut í andaliga arbeiðinum sum urguleikari í kirkjuni. Hann fór eisini at hava sunnudagsskúla og møtir hvønn sunnudag. Mong ár eru liðin síðan eg kom at kenna Karl. Hann er ein trúfastur, álítandi og góður vinur. Hóast vit búgva í hvør sínum enda á landinum, hava vit kortini ofta

samband við hvønn annan og taka telefonina til eitt prát. Altíð hevur Karl verið beskeðin, eitt nú, tá ið hann skuldi tala: “Man hetta vera ov vánaligt, sum eg havi skrivað niður”, kundi hann spyrja. Og so hevði hann tó allar gávur at halda eina talu á møti, og kom altíð væl fyrireikaður til tað.

Eina hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu, og alla hjálp í stóru sorg okkara, tá okkara elskada dóttir, systir, svigerinda og ommudóttur Maria Fuglø Christiansen so brádliga og alt for tíðliga bleiv tikin frá okkum. Ein serlig tøkk til tykkum øll, sum tóku lut í leitingini, allar uppringingar og heilsanir, øll sum komu inn á gólvið, og hava verið um okkum við kærleika og borið okkum framm í bøn hesa sváru tíð.

Hugnaligt var at búgva í heimi teirra, tá ið ein var á møtiferð har norðuri, og blíðskapurin var altíð stórur. Missurin var svárur fyri Karl, tá ið Elinborg doyði fyri trimum árum síðan. Tey vóru sera nær knýtt. Har, hann var, var hon eisini. Hóast Karl hevur rundað tey nýti, er hann tó lættur á fótum. Hann er nú búsitandi á Sambýlinum Oman Hoydalar í Havn. Men fyri tað situr hann ikki bara inni dagin langa. Hann tekur javnan bussin oman í býin, gongur túrar og vitjar inn í SMS, at hitta fólk, hann kennir..

Takk til Niels Paula Danielsen og Hallgerð Akurstein fyri góð og troystarrík orð tá kistan fór heim í Christianskirkjuna. Somuleiðis takk til Hanus á Gørðum og Pól Johannesen fyri góð og troystarrík orð í kirkjuni og takk til kirkjutænarnir. Eisini takka vit hjartaliga fyri vakra sangin frá Jóhannu Bjørg og Jóhan Edvard.

Eg ynski vinmanninum hjartaliga til lukku við árinum og Guðs signing í døgunum sum koma.

Gud signi tykkum øll

John S. Myllhamar

Ein serstøk tøkk til Hvannasunds kommunu fyri tykkara umsorgan. Rørandi var at síggja tykkum øll, sum tendraðu ljós uttanfyri heim okkara fyri at minnast Mariu, eftir minningarløtuna sum hevði verið á SDG og fyri sangin - Ein sterk ógloymandi løta Takk fyri tað stórfingnu peningagávuna til Leguhúsið í Nesvík. Takk til tykkum øll sum bakaðu, og hjálptu til við ervinum, og takk til tann stóra skara sum fylgdi Mariu til hennara seinasta hvíldarstað her á fold.

Debes Andru og Ingibjørg, Álvur og Jútta, Hans og Tanja, Rakul, Marin, Óluvá og Ninna. Harrin gav, og Harrin tók, Harrans navn veri lovað! Job 1. 21


10

NORÐLÝSIÐ NR. 38 FRÍGGJADAGIN 1. NOVEMBER 2013

ÓSÁIN SK AL VERA REIN Í 2016

Tað sigur Kristian Eli Zachariasen, formaður í Umhvørvisnevnd Klaksvíkar Býráðs, sum svar upp á fyrispurning okkara. Norðlýsið fekk nevniliga í vikuni, fyrispurning frá lesara, ið heitti á okkum um at fregnast um hvussu gongst við ætlanini at fáa Ósánna reina. Lesarin fíltist nevniliga á, at Ósáin enn er so skitin. Kristian Eli Zachariasen, formaður í Umhvørvisnevndini sigur, at Ósáin fer at gerast reinari, so hvørt arbeiðið við spillivatnsskipanini gongur framá. Tað er nevniliga so, at eitt ávíst krónutal er avsett til spillivatnsætlanina líka fram til 2020. Nógv kloakkarbeiði er gjørt í ár á vestursíðuni í býnum, herav eru nógvar av kloakíbindingunum vestarumegin Ósánna lagdar í

nýggja skipan. Men hertil er at siga, at gomlu reinsiverkini við svimjihøllina og tað við KÍ-høllina hava ikki virka eftir ætlan í eitt langt áramál, og tí verður farið undir at taka hesi burtur í 2014 og at gera tey av nýggjum. 9,5 milliónur eru avsettar á fíggjarlógini til spillivatnsætlanina í 2014. Men Ósáin verður ikki rein fyrr enn fari verður undir at gera spillivatnskipanina eystaru megin Ósánna eisini, tí hagani koma eisini nógvar gamlar og dálkandi íbindingar í ánna. Í 2015 fer býráðið í holt við at leggja spillivatns og kloakkleiðingar eystaru

megin Ósánna, við økið kring Heygavegin og har á leið. Gongur, sum stungið er út í kortið við spillivatnsætlanini, so kunnu vit rokna við at Ósáin er rein aftur í 2016, sigur Kristian Eli Zachariasen, formaður í Umhvørvisnevnd Klaksvíkar Býráðs at end: Upplýsast kann her, at býráðið hevur tvinnar stórar íløguætlanir fyri 2014, onnur er spillivatnsætlanin og hin er Skúlin á Ziskatrøð.

AN

OM

Ð

EI


11

NORÐLÝSIÐ NR. 38 FRÍGGJADAGIN 1. NOVEMBER 2013

Havi eg ráð at skifta vindeyguni?

Hava børnini røttu uppsparingina?

Skuldi eg kanska lagt bústaðarlánið um? Spari eg nóg mikið upp til pensjón?

Hvussu fáa vit ráð at halda brúdleyp?

Margareth Kundaráðgevi í Eik

Kom til kundaprát í Eik - so svara vit tínum spurningum Try g

gin

g

ÁT

KU

N

DA PR

www.eik.fo

jón

kt

Tel. 348 000

Pens

ø ar

Les meira á www.eik.fo um hvussu tú brúkar okkum best.

Bústaður

ng

Bílegg eitt kundaprát á heimasíðu okkara ella á tel. 348 000, og fá betri yvirlit yvir títt fíggjarlív.

ng

Fíggi

dis ran Ge agur d

Pe

Í Eik fært tú persónliga ráðgeving um peningaviðurskiftini hjá tær og familju tíni. Við serligu viftuni fara vit ígjøgnum ymisk viðurskifti, har vit ráðgeva tær - uttan mun til hvar í lívinum tú ert, og hvønn fíggjartørv, tú hevur. Vit kunnu fara um alla viftuna, ella bara júst tað blaðið, tú hevur tørv á.


12

NORÐLÝSIÐ NR. 38 FRÍGGJADAGIN 1. NOVEMBER 2013

Fara ikki at góðtaka um Skálafjarðartunnilin fær trygd í Norðoya- og Vágatunnlinum Bummgjald kann ikki brúkast sum trygd - Sum sagt so kenni eg ikki uppskotið sum samgongan arbeiðir við nú, men tá privata ætlanin varð viðgjørd kom fram at ein treyt fyri at ein so stór verkætlan sum Skálafjarðartunnilin, skal fáa fígging við lágari rentu er antin við at landskassin veðheldur ella við veðhaldið í bummgjaldinum í Vága- og Norðoyatunnlunum, sum Bjarni Djurholm

Borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim, sigur at orsøkin til at privata verkætlanin um Skálafjørð ikki gjørdist veruleiki var at Bjarni Djurholm og Bárður Nielsen heldur vildu hava eina almenna loyn har bummgjaldi í Norðoya- og Vágatunnlinum varð brúkt sum trygd fyri Skálafjarðartunnlinum soleiðis at landskassin slapp frá at veðhalda og stóra byggiverkætlanin álíkavæl kundi fáa lægri rentu. Enn er einki komið fram um hvussu samgongan nú ætlar at fáa loyst tunnilsmálini, men borgarstjórin í Klaksvík ger greitt, at tað hevur alstóran týdning at politiska skipanin heldir

seg til tær avtalur sum eru gjørdar, soleiðis at Vágaog Norðoyatunnlarnir verða handaðir landinum til ognar tá lánini eru afturgoldin og tunnilsgjøldini avtikin. Samhaldsfesti - Tað hevur fleiri ferðir verið ført fram at tunnilsgjaldið skal verða tekin um samhaldsfesti, men eg kundi hugsað mær at fingið at vita við hvønn hetta samhaldsfesti skal vísast ímóti. - Taka vit tveir borgarar og kallað teir A og B. Annar býr á Eiði og hin í Klaksvík - Tá teir keypa sær bil rinda báðir skrásetingargjøld og MVG til landskas-

san. - Tvær ferðir um árið rinda báðir veggjald til landskassa og hvørja ferð A og B fylla brenniolju á bilarnar rinda teir eini 40% av kostnaðinum til landskassan. - Men tá A setur seg í bilin og koyrir gjøgnum tunlar og brýr til Havnar, rindar viðkomandi ikki eina krónu - men hvørja ferð B skal koyra millum Klaksvík og Leirvík skal hann gjalda eitt ”samhaldsfast” gjald. Tunnilsgjøldini eru beinleiðis við til at gera mismun millum borgarar og ikki minst vinnulív í Norðoyggjum og aðrastaðni í landinum.

Vælkomin til bókarframløgu av bókini Lætt & Leskiligt leygardagin kl. 15.00 Fyri 10 árum síðan gjørdu vit báðar ein dreym til veruleika. Tá góvu vit fyrstu kókibókina út við uppskriftum upp á sunnan og góðan mat. Nú standa vit við fimtu bók okkara, Lætt & Leskiligt – 4’arin, og vilja vit hervið bjóða øllum at koma til bókarframløgu leygardagin 2. november kl. 15 í Klingrugarði, bakaríið hjá Jórun, har bókin verður framløgd. Í nýggju bókini eru 84 leskiligar og heilsugóðar uppskriftir. Uppskriftir til breyð og bollar, súpanir, forrættir og smárættir, høvuðsrættir, salat og nátturðarættir, afturvið og omaná. Í bókini eru eisini mát og vekt og tey 10 ko-

stráðini. Reyði tráðurin í hesi bókini er sum í undanfarnu Lætt & Leskiligt bókunum. Vit hava raðfest,

at uppskriftirnar eru fjølbroyttar, spennandi, sunnar og lættar at gera. Okkum dámar sera væl at ferðast, so íblástur úr útheiminum hevur eisini fingið sítt pláss í nýggju bókini. Til bókarframløguna kemur Andras Sólstein at hugleiða um mat. Góðir tónar frá Magna Husgaard verður at hoyra og sjálvandi verður eisini góður kaffimunnur og leskiligir brellbitar úr nýggju bókini at fáa. Høvi verður at keypa bókina til serprís til bókarframløguna. Við bókakvøðu Jóhanna á Tjaldrafløtti og Elisabeth Akursmørk

og Bárður Nielsen mæltu til. Men samstundis merkir hetta at um Eysturoyartunnilin dýrkar munandi ella at ferðslan ikki verður, sum man roknar við – so skal tunnilsgjaldi í Vága- og Norðoyatunnlinum eisini fíggja raksturin av Skálafjarðartunnlinum. - Verður hetta veruleiki hava norðoyingar og vágafólk als onga trygd fyri tunnilsgjaldinum og vit kunnu enda í eini støðu har

gjøldini í Norðoya- og Vágatunnlunum verða enntá hækka. Tí skal politiska skipanin halda seg til upprunaligu ætlanirnar soleiðis at Vágaog Norðoyatunnlarnir verða handaðir landinum tá lánsgjøldini eru niðurgoldin, sigur borgarstjórin í Klaksvíkar Kommunu, Jógvan Skorheim.

K I R K J U R Á Ð S VA L I Ð Kirkjuráðsval til kirkjuráðið í Christianskirkjuni verður týsdagin 5. nov. 2013. Valstaðið er kjallarin í Christianskirkjuni og opið er frá kl. 10.00 á morgni til kl. 20.00 um kvøldið ella so leingi, sum fólk er. Tey, ið ikki kunnu koma á valstaðið at velja, kunnu brævatkvøða í seinasta lagi 4. nov. á midnátt. Ringjast kann til valstýriskvinnuna Simonu Purkhús á tlf. 272310. LISTI A

LISTI B

Beinta Klakkstein, Klaksvík Brynhild Ásbjarnardóttir, Klaksvík Erik Biskopstø, Klaksvík Ísak Mikladal, Klaksvík Jacobina Heinesen, Klaksvík Jákup Anthoniussen, Klaksvík Jógvan Ravnsfjall, Klaksvík Jórun Høgnesen, Klaksvík Karl Gudmund Henriksen, Klaksvík Margit Gaard Joensen, Klaksvík Maria Olsen, Klaksvík Sigmar Høgnesen, Norðoyri Símun á Høvdanum, Klaksvík

Aðalstein Dalsgaard, Klaksvík Hans Michael í Mittúni, Klaksvík Jógvan Sámal Heldarskarð, Klaksvík Jóhan Henriksen, Klaksvík Jóhannes Poulsen, Klaksvík Jorie Josephsen, Klaksvík Kristianna Jóhannesen, Klaksvík Kristoffur Olsen, Klaksvík Marjun Biskopstø, Klaksvík Petra Jacobsen, Klaksvík Petur Jacob Langgaard, Norðoyri Tummas J. Lervig, Klaksvík Øssur Kjølbro, Klaksvík

Vals t ý r i ð v i ð C hr i s t ian s k ir k j u na


NORÐLÝSIÐ NR. 38 FRÍGGJADAGIN 1. NOVEMBER 2013

AT L ÆRA VIÐ AT GERA SÍTT EGNA

13

Tað eru nógvir háttir at læra upp á, eingin ivi um tað. Hetta veri seg innan allar lærugreinar í fólkaskúlanum m.a. Undirritaði var á staðnum tá ið ein donsk skúlakapping fór av bakkastokki í mentanarhúsinum í Helsingør; ein kapping í at fortelja bestu søguna millum næmingar í fimta flokki. – Ein konstruktivur læruháttur, sum víkir frá vanligu undirvísingini. Danial Viðoy Keypmannahavn, Danmark: “Gi en historie” heldur í ár tíggju ára føðingardag. “Gi en historie” er eitt átak og ein kapping fyri skúlanæmingar í fimta flokki. Ein og hvør fimti flokkur í landinum hevur frítt at velja, um hann hevur hug at luttaka. Flokkurin skal saman evna eina søgu til, sum hevur eitt evni, ið “Gi en historie” hevur lagt lunnar undir. Í ár var evnið: ‘En dag for længe siden’ og

eisini skuldi onkur familjulimir seta dám á søguni. Nógv brúktu ommurnar og abbarnar til íblástur. Ein ella tvey úr flokkinum skulu síðani umboða flokkin við at fortelja søguna á palli, uttan pappír, tí søguna skulu tey duga uttanat. Í gjár (týsdagin) var ein av fleiri semifinalum kring landið úti á Helsingør, har 13 fimtu-flokkar luttóku. Vinnarin frá í gjár sleppur víðari í finaluna, sum seinni í ár verður í Keypmanna-

havn. Ein felags verkætlan Undirritaði hevur fylgt einum fimta flokki í hesi tilgongd. Hetta er ein felags verkætlan. Fyrst og fremst eru øll við til at evna søguna, sum broytist nógv frá tí hon fyrstu ferð kemur í ljósmála. Tá ið flokkurin síðani saman er komin fram til eitt úrdrag, byrjar ein onnur tilgongd, ið leggur dent á, at fortelja søguna sum best.

Í ein ella tveir dagar um vikuna verður søgan síðani fortald av í hesum førum tveimum, ið eru útvald av flokkinum. Síðani sleppa øll í flokkinum, eftir hvørja ferð søgan er fortald, at kritisera og ummæla. – Søgan skal bert varða í fimm minuttir og tað hevur verið avbjóðingin í hesum flokkinum. Men við at sletta onkrar partar í søguni og við at kubba onkrar leysar endar, kom at endanum eitt endaligt úrslit, sum varð

framført á palli í gjár. – Tíanverri vann hesin flokkurin ikki. Ein konstruktivur læruháttur Hetta er ein konstruktivur læruháttur, ið næmingarnir hava fingið nógv burturúr. Allarflestu børn elska at hoyra søgur. Hetta er so ein háttur at læra næmingin, hvussu ein søga kann hanga saman. Næmingurin verður settur í gongd og skal nú sjálvur arbeiða. Lærarin er

bert orðstýrari. Tað krevst nógv av læraranum at stýra einum flokki í besta aldri, men harafturímóti krevst eisini nógv av hvørjum einstøkum næmingi. Tað sigst at menniskjan verður best við tað, hon sjálv hevur egnað og snikkað til. Og tað merktist væl á hesum fimta flokki. – At hetta so var ein kapping, gjørdi bara motivatiónsfaktorin enn størri.


14

NORÐLÝSIÐ NR. 38 FRÍGGJADAGIN 1. NOVEMBER 2013

HB VÆL MANNAÐ Á ÁRSINS LIÐI

Norðlýsið hevur sett ársins lið í Effodeildini fyri 2013. Ikki óvæntað er HB væl mannað á liðinum. Jákup Ósá Um ársins lið Um ársins lið er at siga, at hetta ikki altíð endurspeglar stigatalvuna. Hetta er partvíst galdandi í ár. HB er væl umboðað, meðan tey ovastu liðini aftanfyri HB ikki hava meira enn hægst ein leikara hvør. Á summum liðum skyldast gott úrslit einum liðavriki, har nógvir leikarar spæla væl uttan tó at skara framúr í mun til aðrar einstaklingar í kappingini. M.a. merkir tað, at ÍF á 2. plássi ongan leikara hevur á liðinum. Málverji: Teitur M. Gestsson (HB) Serliga í fyrru hálvu var avrikið hjá Teiti sera sannførandi. 11 ferðir av 24 dy-

stum hevur HB málverjin hildið málið reint. Sjálvsagt hevur hann havt eitt gott lið frammanfyri sær, men ofta hevur Teitur eisini staðið fram við klassa bjargingum. Høgri bakkur: Gert Hansen (EB/Streymur) Tað finnast ikki so nógvir høgra bakkar, ið hava skarað framúr. Gert Hansen hjá EB/Streymi hevur havt eitt gott kappingarár. Í verjupartinum hevur tað verið á góðari leið, men serliga í álopspartinum hevur Gert spælt væl. 10 “assist” siga sítt. Miðverji:

Hørður Askham (B36) B36 er liðið, ið hevur lætið minst av málum inn aftaná HB. Liðið hevur bara havt ein miðverja, ið hevur spælt alt kappingarárið og tað er blaðungi Hørður Askham. Í fyrru hálvu var makkarin danski Martin Pedersen, meðan Robert Heðin Brockie var miðverji í seinnu hálvu. Avrikini hjá Hørði hava verið á høgum støði og ein hevur einki sæð til manglandi royndirnar. Miðverji: Jóhan T. Davidsen (HB) Jóhan byrjaði sannførandi og var helst besti verjuleikarin í kappingini fyrsta partin av kappingini. Í HB

miðverjuni hevur Jóhan verið tann støðugasti. Í nøkrum av truplu dystunum hjá HB, har liðið hevur latið fleiri mál inn, hevur Jóhan tó havt tað trupult. Men samanumtikið eitt sera gott kappingarár sum álitismaðurin í HB verjuni. Vinstri bakkur: Alex dos Santos Santos vinnur eina javna kapping við fleiri aðrar um plássið á vinstra bakkinum. Verjuspælið er ikki altíð so sannførandi, men til álopsspælið hjá HB passar Santos væl inn, har hann hevur byrjað inni í 25 av 27 dystum. Høgri vongur:

Christian Mouritsen (HB) 9 mál og 20 “assist” tala fyri seg. Talan er um klárt besta kappingarárið hjá Christian nakrantíð. Avrikini hava verið støðug og alt bendur á, at HB nú hevur funnið leikaran, sum kann vísa eins høgt støðið sum Símun í hinari síðuni. Sentralur miðvalla leikari: Fróði Benjaminsen (HB) Fróði bleiv toppskjútti hjá HB við 11 málum og hevur havt eitt framúr kappingarár sum so ofta áður. Sum liðskipari og hjálparvenjari hevur Fróði eisini havt stóra ábyrgd á liðinum. Og ístaðin fyri at vera

darvaður av hesum, so hevur Fróði hinvegin lyft sítt spæl í ár. Sentralur miðvalla leikari:Heini Vatnsdal (HB) Heini hevði leikbann fyrstu dystirnar og sat so á bonkinum onkrar dystir. Men tá hann so kom inn, so sóu vit eitt gjøgnumbrot, sum vildi nakað á verjukenda miðvøllinum. Sterkur í nærdystunum, skilagóður við bóltinum, málvandamikil og ein álitismaður á HB miðvøllinum. Vinstri vongur: Símun Samuelsen (HB) Símun spældi bara 19 dystir og tað mundi gjørt, at hann ikki slapp uppí part á


15

NORÐLÝSIÐ NR. 38 FRÍGGJADAGIN 1. NOVEMBER 2013

liðinum. Men hann var ein tann mest týðandi parturin á liðinum, tá HB vann sær greiðu leiðsluna í kappingini fyrr í ár. 9 mál og 10 upplegg tala fyri seg. Hevði hann ikki fingið skaðan, so var hann gott boð uppá ársins leikara. Álopsleikari: Páll A. Klettskarð (KÍ) Páll hevur verið besti álopsleikarin í Effodeildini í 2013. Hann hevur ikki bara skorað 20 mál, men eisini ment seg við at vera betri í uppbyggjandi spælinum og hevur lagt upp til heili 10 mál. Avrikið var sannførandi og Páll vísti sostatt, at árið í fjør ikki var nakað

eindømi. Álopsleikari: Klæmint A. Olsen (NSÍ) Toppskjúttin í Effodeildini fær hitt plássið. Avrikini hava verið heldur óstøðugari enn hjá Páll, har Klæmint ikki rættuliga kom í gongd fyrr enn Heðin Askham tók yvir sum venjari, tí fyrstu 15 umførini skoraði hann “bara” 5 mál. Men í endaspurtinum skaraði Klæmint framúr, og tí eigur hann plássið á liðinum. Hesir blivu ov stuttir: Símun Rógvi Hansen, Jónhard Frederiskberg, Morten Overgaard, Høgni Zachariassen, Hanus Jacobsen,

Dion Spildt, Árni Frederiksberg, Finnur Justinussen, Clayton Soares Ársins leikari: Fróði Benjaminsen (HB) HB hevur skorað flest mál og latið minst inn. Bindiliðið, leiðarin og harafturat toppskjúttin er Fróði Benjaminsen. Tað er í grundini ikki so trupult at peika hann út sum ársins leikara í einum kappingarári, har væl mannaða HB liðið koyrdi FM heitið trygt heim. Avbjóðarar: Christian Mouritsen og Páll A. Klettskarð. Ársins stjørnuskot: Hørður Askham (B36)

Í hesum føri eru Heini Vatnsdal og Kristin Mouritsen mettir sum ov gamlir og við ov nógvum dystum í Effodeildini til at koma undir “stjørnuskot”. Hørður hevur sett sítt navn fast í føroyskan fótbólt í ár, har hann frammanundan var eitt óskrivað blað í bestu deildini við sínum unga aldri. Avbjóðarar: Poul Ingason, Bogi R. Petersen og Leivur Joensen. Ársins venjari: Albert Ellefsen (ÍF) ÍF eigur einki umboð á ársins liði, tí at fuglafirðingar fyrst og fremst hava fingið góð úrslit vegna liðavrik. Men ársins venjara eigur

ÍF. Fleiri settu kanska spurnartekin við Albert undan kappingarárinum, men hesum gjørdi hann skjótt til skammar. Hevur torað at givið ungum leikarum møguleikan og ment hesar leikarar. ÍF liðið bleiv betri mannað enn tað var tað tíðina, tá liðið bleiv mett at enda í niðaru hálvu av teimum flestu. Men eitt sera sannførandi avrik, har bara Sámal Erik Hentze hjá AB er í nærheitini. Ársins bragd: AB 11 umfør leikt og 2 stig. 11 stig upp til niðurflytingar strikuna. Tað ljóðar sum ein vónleys uppgáva. Men eftir 27 umfør hevði liðið

31 stig og eitt 7.pláss. Tað er eitt tað størsta bragdið í nýggjari tíð í føroyskum fótbólti. Tá skulu vit hugsa um, at talan er um uppflytara. Venjarin Sámal Erik Hentze eigur stóra æru av hesum, tí tað er ikki vanligt í føroyskum fótbólti, at síggja ein uppflytara hava mentala styrki at koma so væl aftur sum AB í hesum føri kom. Tað hoyrir eisini til søguna, at AB hevði sera nógvar skaðar fyrsta partin av kappingini og at leiðslan í AB keypti skilagott inn í summar, har serliga Kári Nielsen bleiv gull verdur.


16

NORÐLÝSIÐ NR. 38 FRÍGGJADAGIN 1. NOVEMBER 2013

KETTA SÆDD Í HAGANUM NORÐURI VIÐ STROND – HARURNAR Í VANDA! Rottur gnaga rottur spjaða, rottur gera stóran skaða. Men villar kettur; tað sum verður kallað fyri útiløgukattar, kunnu saktans eisini gera stóran skaða Danial Viðoy Ein ketta er sædd í haganum norðuri við Strond og hon hevur longu lagd á eina haru og dripið hana. Helst hevur hon gjørt okkurt annað eisini. Men hetta er tað, sum menn í fyrstu syftu hava sæð. Nítjan ára gamli Petur Andreasen gongur nógv í haganum norðuri við Strond, og hann harmast um at ketta nú er komin í hagan. – Kettufella verður sett í hagan sum skjótast. Vit ringdu til Petur fyri at lodda dýpið um hesa kettana. Mugu gera okkurt við hetta beinanvegin - Mammubeiggi mín, Jógvan í Beiti, var ein túr burtur í haga nú ein dagin. Brádliga leyp hundurin hjá honum yvir til ein stein og setti snútin í eina holu. Har lá ein nýdripin hara, sum ein ketta hevði fingið klørnar í, fortelur Petur. - Fáar dagar eftir fór Helgi Christiansen burtur í haga og hann bar eygað við kettuna, sum ikki sá so stór út. - Helgi hevur sett seg í samband við Andras Samson, fyri at fáa fatur á kettufelluna, ið teir fangaðu eina kettu við í januarmánaði. Andras hevur lovað okkum, at hann skal skaffa okkum felluna. - Vónandi síggja vit kettuna nú leygardagin, tá ið fyrsti harudagur verður.

Myndin er av útløgukattinum ið var fanga 30 januar í ár á Skálatoftum Síggja vit hana, verður hon so heilt víst skotin. Og vónandi er tað bert hendan eina kettan.

Hevur kanska okkurt við kettuna á Skálatoftum at gera

Petur sigur eisini, at hendan kettan, sum er sædd, møguliga hevur okkurt við kettuna á Skálatoftum at gera.

- Andras Samson var ikki vísur í, at kettan, sum teir fangaðu í vetur, var tann sama, ið teir høvdu sæð.

Og ketturnar hava heldur ongan trupulleika at ferðast í millum hesar báðar hagapartarnar.


17

NORÐLÝSIÐ NR. 38 FRÍGGJADAGIN 1. NOVEMBER 2013

Myndin er frá 30 januar í ár á Skálatoftum

Tá Andras Samson og aðrir fangaðu útiløgukattin á Skálatoftum 30. januar í ár stóð hendan greinin at lesa á nordlysid.fo. Vit endurgeva hana nú, fyri at lesarin eisini kann síggja, hvat tað er fyri ein fella Petur Andreasen og aðrir fara at brúka í haganum norðuri við Strond:

Myndin er frá 30 januar í ár á Skálatoftum

Danial Viðoy Teir fangaðu útiløgukatt Andras Samson og aðrir, sum hava rættin at skóta haru í hagapartinum á Skálatoftum, hava nú megnað at fanga ein útiløgukatt. Hetta hevur verið framt við snildum á høgum støði: vakmyndatólið, lokkandi heilivági og sjálvsagt eini fellu. Fyrsta harutúrin í ár bóru teir eyga við ein útiløgukatt í hagapartinum á Skálatoftum. Ein útiløgukattur kann gera stóran skaða. Teir tóku avgerð um at gera nakað við støðuna. Klaksvíkar Kommuna var so beinasom at geva teimum eina fellu. Skjótt settu teir felluna í hagan, men útiløgukatturin vísti ongan áhuga. - Nei! Her mátti okkurt annað gerast, so vit royndu eydnuna á Facebook. Og har var óført skrivað, sigur

Andras Samson. - So var ein sundamaður, ið greiddi frá, at eitt slag av heilivági kundi brúkast. Heilivágurin er eitt slag av kostískoyti, sum helst angar nakað væl. Tí djór tekkjast hesum beinanvegin. - Men tað verður dekan ov strævið at skula burtur í haga hvønn dag, fyri at vita um nakað er komið í felluna. Vit eru tólv, sum eiga í hagapartinum. Vit gjørdu ikki mætari enn at bíleggja eitt vakmyndatól úr Noregi, ið kann nýtast úti í náttúruni. Tað er eitt sera snilt tól, má sigast. Tí víðari fortelur Andras Samson: - Vakmyndatólið virkar í gjøgnum GPRS, so telefonin fekk boð/mail hvørjaferð okkurt hendi har nærhendis. Bara ein ær gekk framvið, ja so fekk eg mail.

Leygardagin 19. januar fingu teir vakmyndatólið. Teir gjørdu skjótt av og rig-

gaðu hesi snildu amboðini til. Stroyddu heilivágin oman á bitan í felluni og

settu vakmyndatólið upp. Sunnukvøldið segði vakmyndatólið frá og í gjár

fóru teir til felluna og stakkals útiløgukattur var fangaður.


18

NORÐLÝSIÐ NR. 38 FRÍGGJADAGIN 1. NOVEMBER 2013

Bert 11 minuttir til eina góða byrjan

Vit Kla koyr a k ferðsvíkar til i dag r um 2 in!

Í Timburhandlinum á Kambsdali finnur tú alt tær tørvar til bygging, urtagarð, ítriv, hús og heim. Starvsfólkið í Timburhandlinum á Kambsdali eru klár at veita tær ráð og vegleiðing. Góð tænasta er okkara aðalmál. Set teg í bilin og koyr teir 11 minuttirnar frá tunnilsmunnanum í Klaksvík og innar á Kambsdalar. Um 11 minuttir eru ov nógv, so tak telefonina og ger tínar bíleggingar tann vegin. Bilar okkara eru í Klaksvík 2 ferðir um dagin. So tað tú bíleggur fyrrapart veita vit seinnapart sama dag ella tú bíleggur seinnapart og fær vøruna longu fyrrapartin dagin eftir. Skalt tú hava bestu byrjanina - so royn okkum!

”vIT GLEÐA OKKUM AT SÍGGJA TEG Á KAMbSdALI.” Gunnleif Berjastein deildarleiðari

tel 44 44 41 Kambsdalur.indd 4

·

fax 44 48 41

·

kambsdalur@2x3.fo

Jann Martin Mortensen Sølumaður

·

www.2x3.fo

· 01-10-2013 18:05:27


19

NORÐLÝSIÐ NR. 38 FRÍGGJADAGIN 1. NOVEMBER 2013

Steffan Johansen í Kunoy tikin av einum óløgi, tann 25. nov. 1889

Í kirkjubókini fyri Norðoyggjar stendur soleiðis undir teiginum deyðir menn: 25 nov. 1889: Stephan Johansen, gift kongsbonde på Kunø, 56 år, skyllet ud af brænding, liget ikke fundet. Tann 25 nov. 1889 komu boð til sýslumannin í Klaksvík um, at Steffan Johansen druknaði, tá hann saman við øðrum kunoyingum stríddist við at draga bátarnar longur niðan. Teir báðir kunoyingarnir, Joen Joensen og Søren Sørensen, ið vóru hjástaddir, tá ólukkan hendi, greiða soleiðis frá tilburðinum. Tað var kl. 7 um morgunin hendan dagin í november, at alt tað arbeiðsføra mannfólki í bygdini bleiv purrað út og savnaðist við lendingina, til at draga bátarnar longur niðan.

Norðoya Fornminnasavn.

William Clowes KG 383 William Clowes fekk heimstað í Norðoyggjum á vetri 1921. Aleksander Magnus Petersen, handilsmaður úti í Víkunum, Klaksvík og Petur Hans Poulsen, Norðragøtu, áttu hana. Alex, reiddi sluppina út tey árini hon hoyrdi til í Klaksvík, og Petur Hans førdi hana. Umframt William Clowes hevði Alex Petersen tveir motorbátar, Eiðiskoll, sum hann keypti í 1918, og Sigurd, sum hann keypti í 1923. Alex doyði ungur í 1930, 34 ára gamal, men handilin helt uppat nøkur ár frammanundan. William Clowes, KG 383, Klaksvík (1921-1927). 2-mastrað slupp. 87,49 tons brutto, 53,29 netto, longd 74,3 fót. Bygd í Rye, Sussex 1883. Petur Hans Poulsen, skipari, Norðragøtu, keypir skipið 2/11-1921 frá Joen Elias Thomasen, Sandavági. 22/1-1927 keypir Simon Peter Petersen. Skipari, Syðrugøtu, skipið frá P. H. Poulsen. 30/1-1932 selt á tvingsilssølu til N. J. Mortensen, Tvøroyri. Símun Hansen, Havið og vit 1. síðu 124. Hettar er fyrstu ferð savnið hevur fingið mynd av William Clowes.

Lendingin í Kunoy

Andras Sólstein Norðoya Fornminnasavn

Myndirnar eru tiknar miðskeiðis í 1920 árunum

Hann hevði øtlað veðrið, og brimið hótti bátarnar. Arbeiðið við at draga bátarnar var júst byrjað, tá ein so sera stór alda ella óløgi kom og skolaði omanyvir alt staðið, har teir drógu, og tá tað fór aftur í havið, tók óløgið fýra mans við sær, men tríggir fingu fatur og hildu sær. Ein fekk fatur í ein kneysa á helluni, og tveir hildu sær í lunnunum, ið vóru settir fastir í helluna. Teir tríggir vórðu beinanvegin bjargaðir av monnum, ið komu teimum til hjálpar, men hin fjórði, Steffan, hann hvarv í briminum og sást ongantíð aftur. Tað var heldur eingin møguleiki at flota nakran bát at leita eftir honum, veðrið var verri enn so. Sama óløgið, ið tók Steffan, tók eisini trý 4-mannafør, ið eins og hann hvurvu sporleyst, og vóru ikki afturfunnin. Stephan Johansen varð

bóndi í Niðristovu í Kunoy, sum hann hevði fest í 1869. Hann var giftur Elsebeth Marie Joensdatter úr Frammistovu uttan av Oyri. Tey búðu í Køkinum kallað, og eftir at hann hevði fest, verður Niðristovufestið rópt í Køkinum, og tað gamla navnið, Niðristova, fall burtur.

Myndin er tikin í Leirvík, Ritafjall er aftanfyri. Fólkini, eins og staðið har tey eru, er ókent.

Keldur: Hansen, J. Símun. Tey byggja Land 4, síða 76. History.fo Landsskjalasavnið Norðoya Fornminnasavn Myndir: Norðoya Fornminnasavn

Stað og fólk ókent.


PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD: OLIVER JOENSEN

iPad við retinaskermi Líka so vakur. Dupult so skjótur. Slóðbrótandi retinaskerm við krystallklárum fyrimunum. Sterkan A6X-prosessara við spitaranum á framtíðini. Yvir 275.000 appir við markleysum møguleikum. Ultraskjótt tráðleyst við smidligum sambandi til alt.

Tórshavn

Klaksvík

Saltangará

mán–frí 08.00–17.30 leyg 10.00–14.00

mán–frí 09.00–17.30 leyg 10.00–14.00

mán–frí 09.00–17.30 leyg 10.00–14.00

Smyrilsvegur 5 tel. 347 300

Stangavegur 53 tel. 347 310

Heiðavegur 25 tel. 347 320

BOX 58 - 710 KLAKSVÍK - TEL. 456285 - INFO@NORDLYSID.FO


Nordlysid nr 38 2013