Page 1

H e y st ið e r ko m ið U n g a æ tta r li ð ið te k u r v ið

- lokala røddin síðani 1915

Hey star dag urin he iðursklá ri! - fagrari e ingi n er um árið Orð: Mikkja l á Ryggi

NR. 35 MÁNADAGIN 14. OKTOBER 2013 / 62. ÁRGANGUR / KR 30,00

Eitt tað besta seyðaárið eg ve it um Akki (Jóan Jakki) He inesen, bóndi á Viðare iði

ey ð s n a ð ó g m u i in is e t is tt æ fr i n n y A v Fu g lo r u et b r va r ø fj í ð ri á a ð y e S i: s e in Úr Myk 9

772245 065007


2

NORÐLÝSIÐ NR. 35 MÁNADAGIN 14. OKTOBER 2013


NORÐLÝSIÐ NR. 35 MÁNADAGIN 14. OKTOBER 2013

3


4

NORÐLÝSIÐ NR. 35 MÁNADAGIN 14. OKTOBER 2013

L E I Ð A R I N

Mentanin í Norður/eysturøkinum rúmari ræsur Tað má sigast at vera eitt skilagott stig, sum Klaksvíkar Býráð og Grunnurin Mentanarhús í Klaksvík hava tikið við keypinum av posthúsinum í Klaksvík. Nógv hevur verið tosað og gitt um hvør mundi fara avstað við hesum snotiliga, søguliga bygninginum á fyrstu ”parkett” í miðbýnum í Klaksvík. Søgurnar eru nógvar sum knýttar at posthúsinum í Klaksvík, og fleiri ættarlig av gentum og dreingjum í teen-aldrinum hava stytt sær stundir á ”posthúshorninum” góð kvøld. Signhild Johannesen, forkvinna í mentanarnevndini nevndi í innleggi sínum, at Klaksvíksvegur 2 skuldi nú setast á heimskortið og í hesum samanhangi mundi hon helst hugsa um tað, pápi hennara Vilhelm Johannesen nevnir í bókini Postur í Føroyum um at tveir landsliðsleikarar á sinni arbeiddu á posthúsinum, nevniliga John Sigurd Johannesen og Steinbjørn Jacobsen. Men vit minnast ivaleyst fleir nøvn, ið knýtast kunnu at posthúshorninum, ikki minst okkara navnframi Hanus G. Johansen og munnu ikki eisini frændurmenninir hava havt onkrar hunaligar og kanska samfelagsargandi løtur við posthúsið. Tað sum gleðir okkum klaksvíkingar mest er, at nú hava vit fingið ein bygning, ið vit kunnu identifisera við mentanina í býnum. Listafelagið hevur endaliga fingið eitt heim, tað sama hevur sjónleikafelagið og ikki minst tónlistin. Gamaní posthúsið er enn ikki klárt at taka í nýtslu hjá øllum teimum, ið húsið er ætlað til. Til tess skal uppíbygging til og ikki minst skulu ymsir sáttmálar, ið gjørdir eru fyri at gjalda bygningin eisini hava sína tíð. Posta og Heilsutrygd halda áfram í bygninginum í ávíst áramál, men skjøtul er settur á, og vit vita hvørjum, ið arbeitt verður fram ímóti á hesum øki. Vónin hjá okkum øllum er tó, at ætlaninar við mentanarhúsinum í Klaksvík fara at ganga skjótari enn ætlað. Hetta veldst sjálvandi um inntøkurnar hjá kommununi og politiska viljan.

Konfirmantar í Christianskirkjuni 13 okt.2013

Aksel Bjartalíð Danielsen Vágsgeil 1 Dagurin hildin á Skarðsvegi 19 Rói Kalsø Danielsen Skarðsvegur 19 Klaksvík Petur Martin Eliasen Selheygsgøta 1 Klaksvík Dagurin hildin undir Brúnni 1 Andrias Midjord Høgnesen Kráagøta 8 Klaksvík Absalon Absalonsen Jacobsen Garðavegur 14 Klaksvík Aron Kallsberg Jacobsen Undir Brúnni 31 Klaksvík Tórur Eyðbjørnsson Jacobsen Geilin 9, Klaksvík Julius Johannesen Nýggivegur 23, Klaksvík dagurin hildin á Fossagøta 16, Klaksvík frá kl.17.00 Martin Thorbergsson Johannesen í Gerðinum 23 Árnafjørður Oddur Joensen Undir Fossum 32 Klaksvík Pól Eyðfinnur Poulsen Gerðagøta 18, Klaksvík Eli Syderbø Undir Brúnni 12 Klaksvík Elsbet Heðinsdóttir Askham Uppsalagøta 26 Klaksvík

Erla Christiansen Kjalavegur 12, Klaksvík Marið Heimustovu á Fløttinum 4 Klaksvík Elisa Heldarskarð Fornabrekka 3, Klaksvík Jóhanna Osberg Højsted Garðavegur 64, Klaksvík Elin Lydersen Oman Reyðhús 7 Klaksvík Monika Pernille Jacobsen á Brekku 8, dagurin hildin í húsmøðrafelagum Bøgøta 3 Steinvør Heldarskarð Jacobsen Heygavegur 33 Klaksvík Petra Maria Jakobsen Stangaskákið 17, dagurin hildin á Víkavegur 127 Klaksvík Anja Joensen Undir Fossum 11 Klakvík Tórunn Højgaard Joensen Undir Fossum 1, Klaksvík Amanda Johannessen Skáltavegur 42, Klaksvík Mildrið Birita Johnsdóttir Kjalavegur 45, Klaksvík, dagurin hildin á Faktorsvegi 4, NFCS Durita Rodmundsdóttir Lávíkabrekka 9, Klaksvík Vera Solmunde Vágsheygsgøta 18, Klaksvík

AÐALFUNDUR Norðoya Sjálvstýrisfelag

verður í Miðstovu, hóskvøldið 17. oktober kl. 19.30. Skrá sambært lógum felagsins. Nýggir limir kunnu tekna seg. Nevndin

Vit fegnast um, at við hesum bygninginum fer mentanin í Norðoyggjum og í Eysturoynni at fáa rúmari ræur. Fuglafjørður hevur eitt framúr mentanarhús, ið er sera virkið og tá vit í Klaksvík eisini fara at kunna breggja okkum av einum fólksligum mentanarhúsi fáa mentanarbólkar og einstaklingar í økinum framúr møguleikar at koma út til borgararnar í nærumhvørvinum. Ídag er gott samband ímillum mentanina í Fuglafirði og Klaksvík, hetta kann bara gerast enn betur við at mentanarhúsið í Fuglafirði nú fær ein rættuligan sparringspartnara í Klaksvík og vit vanligu, kunnu fegnast um at fáa møguleikan at seta okkum afturá í mentanarborgini í Klaksvík at njóta okkara fólk sýna listarligu gávur sínar. Oliver

Johanna Jovina *02.10.1919 – †16.09.2013

&

Petur Jacob Johannesen

in memoriam *25.07.1912 - †12.07.1992

Í Toftum, nú tømist í túni, her titan var fyrr millum dyr, nú skiftur er gerandis búni, og onki fæst svar, um tú spyr. Nú Hanna í Kinn hirdi grúgvu, er endað eitt ættarlið, sum vælgerðir gjørdi í rúgvu og livdi við granna í frið. Nú kvirt er um lonina alla, nú minnir tey kaga úr krók, har lívið hjá teimum sæst halla, sum fyrst festu bústað á rók. Hon var fyri okkum hin vísa, sum bar okkum øllum sítt vit, ið fróðskap til lív kundi hýsa við mildleika eins væl og bit. Ja, eydnusamt reiður tey áttu við soni og døtrunum tveim, í teirra heimi og smáttu tey býttu við øll teirra eim. Vit takka for løturnar góðu, vit áttu við teirra lið, sum varðar tey fyri oss stóðu, ið vístu oss ríkari mið. Har Petur Jacob hann veiddi, og Hanna við eldstaðin stóð, og matin av grúgvuni reiddi, so lívsgleðin gávumild gróð’ ---Nú hvíla tit still undir moldum, nú liggja tit lið undir lið eftir lív og gleði á foldum, tit finni í grøvini frið. pmp

Brúdleyp

Leygardagin 19. oktobur giftast Diana Svøðstein Thomsen, Klaksvík, og Markus Olsen, Strendur. Vígslan verður kl. 13 í Christianskirkjuni í Klaksvík og veistlan verður fyri innbodnum kl. 16 í Bygdahúsinum á Strondum. Frá kl. 20 verður opið hús í Bygdahúsinum á Strondum, har øll eru hjartaliga vælkomin.

Hús til leigu í Klaksvík Tel. 215124

Hús í Havn Tinghúsvegur 43 – tætt vid SMS í Havn til leigu

frá 1 november og fyribils eitt ár fram. Finnbogi Tlf: +45 59590097 - +45 29118860


5

NORÐLÝSIÐ NR. 35 MÁNADAGIN 14. OKTOBER 2013

AV FUGLOYNNI FRÆTTIST EISINI UM GÓÐAN SEYÐ Símun Gullaksen, yngri, sigur av Hattarvík, at teir eru komnir meira enn í helvt við flettingini og higartil hevur hildnast avbera væl.

Símun Gullaksen yngri og eldri Summarið her í Hattarvík hevur verið avbera gott. Serliga turt hevur verið alt summar og vár, og tá veturin eisini var góður, hevur seyðurin verið sera væl fyri. Vit vóru liðug at hoyggja av hógnum longu 23. Juli og tað er fyrr enn mangan. Miðalevektin á seyðinum,

sum flettur er, liggur omanfyri eitt miðalár. Eg vil ikki siga, at árið er tað besta nakrantið, men tó eitt stak gott ár. Besta veðurlambið vigaði 50 pund. Í mistu vit nakrar ær, og máttu seta við, tá flettu vit 73 íalt, í ár hava vit fingið fleiri tvílembur

enn vanligt og tá liðugt er at fletta í ár, rokni eg við at vit hava flett umleið 110. Tá vit spyrja Símin um ridluskriðja, sigur hann, at tað hava tey onki sæð til í ár. Vit hava gjørt nógv fyri røktina avseyðinum, við tað at vit hava verið fýra ferðir á fjalli og vit hava eisini gi-

við medisin. At ganga títt á fjall, spekir seyðin, og medisinið hevur gjørt, at vit eru sloppin væl undan sjúkum sum garnasótt og øðrum. Samanumtikið kann eg siga, at hetta hevur verið eitt av teim heilt góðu árunum hjá okkum her í Hat-

tarvík, sigur Símun Gullaksen, yngri úr Hattarvík. Á Kirkju Eisini vendu vit okkum til Jóannes Christiansen á Kirkju, og fregnaðust hjá honum um skurð. Jóannes sigur, at sum veðrið hevur háttað sær í vetur og sum-

mar, so kann roknast við góðum skurði. Seyðurin sær út til at vera væl fyri. Vit hava enn ikki verið á fjalli, eg rokni við, at vit fara í fyrsta lagi nú fríggjadagin ella leygardagin um viðrar, ella verður tað í komandi viku í heystfrítíðini.


NORÐLÝSIÐ NORÐLÝSIÐ NR. NR. 35 35 MÁNADAGIN MÁNADAGIN 14. 14. OKTOBER OKTOBER 2013 2013

6

Fyrsta royndarútgávan av Norðlýsinum 16.04.1915 F Y R S TA N O R Ð LÝSI Ð


NORÐLÝSIÐ NORÐLÝSIÐ NR. NR. 35 35 MÁNADAGIN MÁNADAGIN 14. 14. OKTOBER OKTOBER 2013 2013

Fyrsta royndarútgávan av Norðlýsinum var útgivið 16. apríl 1915. Serliga áhugaverd eru orðini hjá fyrsta blaðstjóranum, Símun P. Zachariassen, sum skrivaði í fyrsta leiðara sínum í Norðlýsinum fríggjadagin 16.

apríl 1915. Vit mugu staðfesta at skiftandi blaðleiðslur hava síðani verði trúgvar móti lýstu endamálsorðing. Og vit, sum ídag arbeiða á blaðnum, halda framhaldandi at tað er brúk fyri einum lokalblað í Norðoyggjum, og

7

undirtøkan higani prógvar eisini, at Norðoyingar flestir halda tað sama.

Umframt hesi starvast Jákup Ósá og Danial Viðoy sum fríyrkisblaðfólk.

Í dag arbeiða vit 3 fólk á Norðlýsinum Oliver Joensen, John William Joensen og Hannefía Joensen.

Harafturat framleiður Eirikur Biskopstø Video til nordlysid.fo

F R A MHAL D Á N Æ S T U SÍ Ð U


8

NORÐLÝSIÐ NR. 35 MÁNADAGIN 14. OKTOBER 2013

F R A M HAL D

Ókeypis bløð í 2013

. s e d . 8 1

04. des.

20. nov.

Umframt tað vanliga blaðið, kemur Norðlýsið út ókeypis uml. 1 ferð um mánaðin. Norðlýsið kemur út ókeypis 3 ferð avtrat í ár: 20. nov, 4. des. og 18. des. 2013.

Nordlysid.fo 20.000 vitjanir úr Danmark Nordlysid.fo hevur vanliga beint undir 100.000 vitjanir um vikuna (86.464 í seinastu viku)og sambært nýggjastu tølunum vóru 33% av teim vitjandi úr útlandinum harav 21.148 úr Danmark. Av teim 58.036 vitjanum sum vóru úr Føroyum var umleið ein fjórðingur úr Norðoyggjum. Nýggjastu tølini hjá Norðlýsinum eru at finna á www.vevlistin.fo

jum Hvørt hús í norðoygg & eysturoy

Hvørt hús í Føro yum

m yggju o ð r o n hús í Hvørt roy tu & eys


9

NORÐLÝSIÐ NR. 35 MÁNADAGIN 14. OKTOBER 2013

ÚR MYKINESI:

SEYÐAÁRIÐ Í FJØR VAR BETUR

Tað heldur Eddie Lauritsen, bóndi í Mykinesi. Veturin og summarið hava verið sera góð í ár. Men summarið gjørdist vátt og slævið. Eg haldi at vætan og ógvusligi gróðurin hevur órógvað seyðin nakað, við tað, at seyðurin helst hevur fingi ov lítið av heiluvági

ímóti ormi í ár. Sum eg segði tær sigur Eddie Lauritsen, so hevur gróðurin verið so ógvusligur í ár, sum eg ikki havi sæð áður, og tá tað gerst so vátt, slævið og heitt, sum tilfellið hevur verið hjá okkum í summar, so haldi eg at vit áttu at havt givið

seyðinum medisin einaferð afturat. Eg haldi at vit hava givið ov lítið. Men, undirstrikar Eddie Lauritsen, bóndi í Mykinesi, vit kunnu ikki klaga um vektina. Eg haldi eg kann siga, at krovini vit hava hangandi higartil, viga umleið eitt kilo minni enn tey

gjørdu í fjør, so talan er um góða vekt, tí árið í fjør var eitt framúr ár. Tá eg fregnist um miðalvektina, er Eddie Lauritsen avgjørdur. Nei, eg dugi ikki at síggja at eg kann brúka miðalvektina til nakað, tí tað er so ymiskt, sum menn tulka hana. Summir hava

tikið tað smáa burturúr, áðrenn teir tosa um miðalvekt, og aðrir tosað um veðurlombini, so miðalvektin er oftað nakað sum ikki sigur mær so nógv. Tað snýr seg um hvat eg fáið burturúr áseyðinum og sum eg sigið tær, so meti eg at lombini hjá mær í ár,

viga um eitt kilo minni enn í fjørð, og tað kemur óivað av nógvu tokuni og regninum í summar.


10

NORÐLÝSIÐ NR. 35 MÁNADAGIN 14. OKTOBER 2013

UNGA ÆTTARLIÐIÐ TEKUR VIÐ

Tað er týdningarmikið at unga ættarliðið tekur við eftir tað gamla. Soleiðis er innan øll økið. Vit kunnu nevna fótbólt, politikk, fiskivinnu, grindadráp og nógv annað. Tað er eisini av stórum týdningi at fjall og fletting verður hildin við líka, tí hetta er ein av høvuðs mentanararvum føroyinga. Ein avgamal arvur, ið ikki skal detta niðurímillum. – Tað eru fleiri smádreingir, ið gera nakað við at halda hesum arvi á lívi.

Mánakvøldið flettu tveir smápiltar eitt lamb. Stuttligt var at síggja teirra ágrýtni. Myndirnar, ið tiknar vórðu, tala fyri teirra áhugað fyri seyði. Ungir men tó Hesir báðir knassarnir eru ungir. Báðir eru frá sama

árgangi, annar er átta og hin fyllir átta fríggjadagin. Hóast unga aldurin hava hesir báðir víst seyði ans í nógv ár. Og tað er ikki frítt at teir hava skil fyri seyði longu. At skyna á, hvussu littir seyðurin er, er komið upp á pláss. At halda skil á, hvat

hvør seyður vigar til tess at fortelja pápunum, ið eru sjómenn, kunnu teir eisini. – Jú áhugin er har. Ójavnt er nær Tað er ójavnt hvussu stórur áhugin hjá smádreingjum er. Summir fella heilhjartaðir fyri seyði í sera

ungum aldri sum hesir báðir, meðani summir als ikki hava hug. Men tað eru saktans eisini nógvir, ið ikki halda seg til í ungum aldri, men sum seinni gerast sera áhugaðir og raskir. – Tað er helst okkurt í føroyska blóðinum, sum ger at áhugin fyri seyði kemur

fyrr ella seinni. Ein sunnur tendensur Við sjóneykuni hjá undirritaða sær tendensurin innan seyðahald og fletting ikki so galin út. Kring undirritaða eru tað nógvir ungir mans, ið halda seg framat og taka við eftir teimum

gomlu. Hyggur tú eisini í miðlarnar (ikki minst teir sosialu), sært tú nógvar tíðindastubbar og myndir av fletting og fjalli, har yngra ættarliðið er við. Nei tað sær ikki so galið út. Tað er gott. Danial Viðoy


11

NORÐLÝSIÐ NR. 35 MÁNADAGIN 14. OKTOBER 2013

amr.fo


12

NORÐLÝSIÐ NR. 35 MÁNADAGIN 14. OKTOBER 2013

Heim á jólum við Norrönu Úr Hirtshals 14. ella 21. desembur Úr Tórshavn 3. ella 9. januar

Byrja jólini umborð á Norrönu Vit eru klár at taka ímóti tær við góðum mati og undirhaldi. Hugsa ikki um yvirvekt. Tak alt viðføri, sum tú orkar at bera, við. Vit sigla úr Hirtshals 14. og 21. desembur og verða á Havnini á midnátt dagin eftir. Njót bæði jól og nýggjár í friði og náðum. Norröna siglir úr Føroyum aftur 3. og 9. januar.

Til Føroyar og aftur:

1.195 Fyri 2 vaksin í 2-koyggjukamari við bili . . . . . . . úr kr. 5.330 Fyri hvønn í býtiskamari við 4 koyggjum . . . . . . úr kr. Íroknað 3 x dagsins rætt og øll avgjøld

Íroknað øll avgjøld

Fyri 2 vaksin og 2 børn (3-15 ár) í 4-koyggjukamari við bili . . . . . . . . . . . . . . . . . . úr kr. Íroknað øll avgjøld

6.480

Les meira á www.smyrilline.fo/heim-a-jolum, skriva til booking@smyrilline.fo ella ring 345900


13

NORÐLÝSIÐ NR. 35 MÁNADAGIN 14. OKTOBER 2013

Sílafiskarar við Vatndalsvatn í Oyndafirði Hóast føroyski laksurin ikki kom aftur á Leynavatn og Saksunarvatn í ár, so eru føroysk vøtnini væl fyri við sílum og meira enn so ein gongutúr verd. Fyrr í summar vóru vit báðir Árni Zachariasen við tvey Vatndalsvøtn og fiskaðu síl, nevniliga tað omanfyri Bø og Vatndalsvatn omanfyri Saksun. Vit hava sett okkum sum mál, at royna øll Vatndalsvøtnini í føroyum og tí avgjørdu vit at fara ein túr til Oyndafjarðar ídag, og ganga teinum, umleið 1,5 kilometur fram við Stóra, niðan Mosuhjalla til Vatndalsvatn. Veðrið var rættuligt heystvegur, skaddan lá oman í hálvan hagan og tað kendist úr honum. Túrurin niðan er ikki tungur at ganga, so tað gekk okkum hampuliga skjótt. Ímeðan eg gekk og steðgaði á av og á at taka nakrar myndir, gekk Árni fram við ánni, við

tráðuni og dryppaði húkin í teir størstu hyljarnar at vita um hann fekk okkurt sílið, men so eigasørt. Náttúra okkara er ótrúliga

Árni er ikki heilt ókendur við soppar, og tí var lag á manni hjá mær at spyrja meg fyri, kanska serliga um hvørjar soppar vera

tu vit. Sera tjúkt í veðrinum var tá vit komu til Vatndalsvatn, men skaddan lætti nakað, ímeðan vit vóru har, tó bleiv ongantíð klárt.

Fleiri myndir á www.nordlysid.fo vøkur, tað noyðist ein at sanna hvørja ferð ein fær upp í lag at fara ein slíkan túr. Litirnir ídag, grøs, lingur, blókur og soppar, alt í einum lithavi av heystlitum.

brúktir at blíva skeivur av. Ná men eitt stuttligt prát og nógvar søgur um tað, fingu vit, ímeðan vit gingu niðan. Um hálvan tíma ella so, brúk-

Eg royndi við einum litlum pilki, tí tað vísti seg at vatnið var sera grunt, og nógvur gróður var í vatninum, so trupult var at royna við pilki. Árni royndi seg tí við

fluguni. Men vit fingu ikki nógv síl, eg fekk fíra teir tveir tríggjar tímarnar vit vóru við vatnið, og Árni nakað tað sama. Har sýntist at vera nógv lív í vatninum, men sílini sýntust at vera smá, haldi ikki at tað størsta kom til 30 centimetrar. Men náttúran er vøkur her uppi, kanska serliga er tað teir mongu vøkru løkirnir, ið renna í vatnið. Áin í rennur frá vatninum er ein á, ið helst hvør smádrongur hevði ynskt sær rann í nærumhvørvinum, hon er sera møk og lítið er at ivast í, at børn og vaksin hugna sær her góðar summardagar. Hóast fiskieydnan ikki var okkum serliga blið henda dag, so fingu vit ríkiligt aftur visuelt og sálarligt. Eg tók míni fýra síl við heim, tí sílini úr Vatndalsvatnið í Oyndafirði skulu eisini smakkast. Oliver


14

NORÐLÝSIÐ NR. 35 MÁNADAGIN 14. OKTOBER 2013

ÚTBJÓÐING

Útbjóðingarskriv, almenn útbjóðing í fak-/høvuðsarbeiðstøkum Í sambandi við ætlaða um- og útbyggingararbeiðið, ið skal gerast á Tekniska skúla í Klaksvík, verður arbeiðið hervið boðið út í fakarbeiðstøkum. Byggiharri Landsverk Tinghúsvegur 5 Postsmoga 78 FO 110 Tórshavn Tel. 340 800 Útbjóðingarháttur Verkætlanin verður boðin út í 10 arbeiðstøkum. Útbjóðingin er fevnd av løgtingslóg nr. 106, frá 15. november 1984 um útbjóðing o.a. Lýsing av verkætlan Verkætlanin fevnir um umleið 1.450 fermetrar, sum verða bygdir afturat, umframt o.u. 80 fermetrar, ið verða umbygdir í sambandi við samanbyggingina. Talan verður m.a. um vanlig undirvísingarhøli, felagshøli, høli til matvøruútbúgving og umsiting. Arbeiðstøkur Boðið verður út í fakarbeiðstøkum. Arbeiðstøkurnar eru: . Byggipláss - skúrar , avdekking, hegn, skelting Jørð- og betongarbeiði – jørðarbeiði, betongarbeiði, berandi konstruktiónir . Kloakkarbeiði - kloakkarbeiði . Timbur- og snikkaraarbeiði - timburarbeiði, snikkaraarbeiði, blikksmið . Múraraarbeiði - flísa- og pussiarbeiði . Gólvarbeiði - linoleum . Málaraarbeiði –málaraarbeiði, reingerð Hvs - vatn, hiti, sanitet, ventilatión, tekniskbjálving . El- arbeiði – el-, ljós- og telefoninnlegging . Lendisarbeiði - flísaarbeiði, asfalt

Tíðarætlan Arbeiðið byrjar skjótast tilber og skal verða liðugt fyrra hálvár 2015. Skúlin skal takast í nýtslu við skúlaársbyrjan, skúlaárið 2015-16.

Saman við innsenda tilboðnum skulu bjóðandi lýsa niðanfyristandandi evni, og tilboðini verða vektaði eftir niðanfyristandandi leisti.

Treytir Bjóða upp á arbeiðið kunnu virki, ið eru parta- ella smápartafeløg, sum eru skrásett í Føroyum. Útbjóðingin er í fakarbeiðstøku, men til ber eisini at bjóða upp á allar arbeiðstøkur í høvuðsarbeiðstøku. Útgerð til matvøruútbúgvingina er byggiharraveiting, tvs veiting, uppseting og íbinding. Allar arbeiðstøkur skulu samskipast í mun til hesa og eisini samskipast sínámillum.

Evni:

Við í tilboðnum skulu hesi evni lýsast

1 Yvirskipað

• •

2 Loysn av uppgávuni

STARVSLÝSING

Um boðið verður í høvuðsarbeiðstøku, skulu allir tilboðslistar fyllast út og leggjastSTARVSLÝSING við í tilboðið, umframt eisini forsíðan fyri høvuðsarbeiðstøkuna við samlaðum prísi. Í sambandi við døming av tilboðum verður víst til www.vaerdibyg.dk sum vegleiðing til døming av i innkomnu tilboðunum. Útbjóðingartilfarið kann takast niður á www.landsverk.fo undir Útboð. Bjóðandi prenta sjálvi tilfarið út eftir tørvi. Bjóðandi hava sjálvi ábyrgdina av at tryggja sær at hava móttikið alt útbjóðingartilfarið. Tilber ikki seinni at seta fram krøv orsakað av, at alt útbjóðingartilfarið ikki er móttikið. Útbjóðingartilfarið inniheldur: . Hetta útbjóðingarskriv . Byggimálsfrágreiðing . Arbeiðsfrágreiðingar . Tilboðslistar/nøgdarlistar . Trú- og heiðurváttan

3 Prís

manning og førleikar hjá manningini 20% um talan er um eitt toymi av arbeiðstakarum, ið samstarva um at loysa uppgávuna, skal lýsast hvør bygnaðurin í toyminum er og ábyrgdarbýti

skipan av góðskustýring og innaneftirliti • hvussu HTU (heilsu-, trygd- og umhvørvisarbeiði) verður skipað

20%

Tilboðslisti. Allir postar skulu fyllast út

60%

Spurningar viðv. útbjóðingartilfarinum: Ástaðarfundur verður fríggjadagin 18. oktober 2013 kl. 13.00 á Tekniska skúla í Klaksvík. Spurningar viðvíkjandi útbjóðingartilfarinum kunnu sendast til bami@lv.fo í seinasta lagi 25. oktober 2013. 28. oktober 2013 verður rættingarskjal sent teimum bjóðandi. Lisitatión verður mikudagin 30. oktober 2013 kl. 13.00 á Tekniska skúla í Klaksvík. Tilboð kunnu handast persónliga á staðnum til lisitatiónina. Í øðrum lagi kunnu tey sendast við posti ella telduposti til bami@lv.fo, so tey eru Landsverki í hendi í seinasta lagi mikudagin 29. oktober 2013. Sáttmálasamráðingar verða við vinnandi arbeiðstakararnar, so skjótt tilboðini eru viðgjørd. Arbeiðið fer í gongd skjótast til ber.

. Tekningar sambært tekningarlista, íroknað útbjóðingartíðarætlan.

Landsverk er undir Innlendismálaráðnum og hevur um hendi vega- og havnamyndugleikauppgávur og byggiharrauppgávur. Landsverk, Tinghúsvegur Landsverk, 5, Tel.Tinghúsvegur 340 800, Faks 5, 340 801, Tel. 340 800, Faks 340 801, lv@lv.fo, www.landsverk.fo Postsmoga 78, 110 Tórshavn lv@lv.fo, www.landsverk.fo Stovnurin ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og flogvallamál, herundir tyrlupallar. Postsmoga 78, 110 Tórshavn


15

NORÐLÝSIÐ NR. 35 MÁNADAGIN 14. OKTOBER 2013

Bert 11 minuttir til eina góða byrjan

Vit Kla koyr a k ferðsvíkar til i dag r um 2 in!

Í Timburhandlinum á Kambsdali finnur tú alt tær tørvar til bygging, urtagarð, ítriv, hús og heim. Starvsfólkið í Timburhandlinum á Kambsdali eru klár at veita tær ráð og vegleiðing. Góð tænasta er okkara aðalmál. Set teg í bilin og koyr teir 11 minuttirnar frá tunnilsmunnanum í Klaksvík og innar á Kambsdalar. Um 11 minuttir eru ov nógv, so tak telefonina og ger tínar bíleggingar tann vegin. Bilar okkara eru í Klaksvík 2 ferðir um dagin. So tað tú bíleggur fyrrapart veita vit seinnapart sama dag ella tú bíleggur seinnapart og fær vøruna longu fyrrapartin dagin eftir. Skalt tú hava bestu byrjanina - so royn okkum!

”vIT GLEÐA OKKUM AT SÍGGJA TEG Á KAMbSdALI.” Gunnleif Berjastein deildarleiðari

tel 44 44 41 Kambsdalur.indd 4

·

fax 44 48 41

·

kambsdalur@2x3.fo

Jann Martin Mortensen Sølumaður

·

www.2x3.fo

· 01-10-2013 18:05:27


16

NORÐLÝSIÐ NR. 35 MÁNADAGIN 14. OKTOBER 2013

Stuðulstiltakið gav kr. 70.195 til Bót til Bata Stuðulstiltakið, sum Treysti og Bót til Bata fyriskipaðu seinnapartin leygardagin í KÍ-høllini, hepnaðist sera væl. Tilsamans komu inn kr. 70.195,00, sum fara óskerdar til Bót til Bata. Klokkan trettan byrjaðu fólk at koma í høllina, og klokkan hálvgum tvey var tað Annika Olsen, landstýriskvinna, sum setti tiltakið, har hon bar fram vælvald orð. Klokkan 13.45 byrjaði upphitingin við Jóngerð Biskopstø, og tað kom hon avbera væl frá. Hon fekk teir umleið 200 rennararnar væl og virðiliga heitar. Fólk

var komið ymsastaðni frá úr landinum fyri at stuðla tiltakinum. Eftir upphitingina varð farið út á Bøgøtu, har Karsten Hansen, landstýrismaður, bar fram nøkur fá orð, áðrenn hann taldi niður frá fimm til eitt, og so við einum ordens braki fekk sent teir 200 rennararnar, í øllum aldri, avstað, út á 2 km, 4 km ella 5 km. Eftir renni- og ella gongutúrin so var vatn og frukt til allar luttakararnar í høllini. Har vóru eisini ymsir básar í smb. við heilsu o.a. sum ein kundi vitja. Og har var eisini borðreitt

við kaffi og te og góðum køkum. Klokkan trý var Áshild Kjærbo klár við Linedansi, og tað vóru fleiri, sum valdu at taka av tí møguleikanum og fáa eitt sindur av venjing afturat. Klokkan hálvgum fýra fór Tummas Joensen uppá pallin, at greiða frá um Team Rynkeby Føroyar. Tummas varð ein av teimum 35 hepnu súklarunum, sum blivu útvaldir millum 140 umsøkjarar. Hetta er fyrstu ferð at eitt Team Rynkeby Føroyar skal royna seg. Tey skulu næsta summar í eina viku

m.a. súkla úr Danmark til París, sum er ein teinur uppá umleið 1.500 kilometrar, tvs. umleið 200 kilometrar um dagin skulu leggjast afturum. Endamálið við túrinum er at savna pening til krabbameinsrakt børn. Tað var sera áhugavert, og til tíðir rørandi, at hoyra Tummas greiða frá. Aftaná Tummas umleið klokkan fýra trein ein vælupplagdur Hans Andrias Jacobsen á pallin og framførdi nøkur sera góð løg. Hann spældi bæði um egið tilfar og Beatles. Hann fer seinni í ár at geva út fløgu við egnum tilfari.

Ein týðandi og meira álvarsamur partur av tí heila varð tað tá Jancy Gaardlykke, sum er dagligur leiðari í Krabbameinsfelagnum, greiddi frá um hvussu kvinnur helst regluliga skulu kanna síni egnu bróst. Kvinnur skulu helst finna sær ein fastan dag um mánaðin til hetta. Hon greiddi eisini væl frá hvørji tekin kvinnur skulu ansa eftir. At enda bleiv trekt um heilar 22 ymsar vinningar, sum fyritøkur og handlar høvdu latið, til lutaseðlasøluna, sum fór fram gjøgnum dagin eisini.

Til allarseinast so vóru tað Guttorm Sørensen vegna Treysti og Heidi Hvidbro vegna Bót til Bata, sum takkaðu hjartaliga fyri allan stuðulin, sum kom inn. Tað blivu við tilmeldingum, gávum, stuðuli, lutaseðlasølu og aðrari sølu innsavnaðar, sum omanfyri nevnt kr. 70.195,00, sum fara óskerdar til Bót til Bata ! Treysti og Bót til Bata vilja hervið takka øllum hjartaliga fyri vælvild og allan stuðul í samband við tiltakið.

Fleiri myndir frá tiltakinum á www.treysti.fo og á www.nordlysid.fo


17

NORÐLÝSIÐ NR. 35 MÁNADAGIN 14. OKTOBER 2013

L AVA IKKI TIL VÍKING Andreas Lava Olsen sigur við Norðlýsið, at hann verður ikki partur av føroyskum fótbólti í øllum førum fram til komandi summar. Jákup Ósá Seinastu vikurnar hava nógvar søgur gingið um, at Andreas Lava Olsen, ið var álops profilur hjá Víkingi fyri nøkrum árum síðani, skuldi koma aftur til Víking og føroyskan fótbólt komandi ár. Norðlýsið hevur vent sær til hansara og hann sigur, at hetta ikki kemur uppá tal fyrr enn í fyrsta lagi komandi summar. - Eg havi hoyrt hasar søgurnar. Men sannleikin er,

at eg verið ikki liðugur við mína útbúgving fyrr enn komandi summar. So tað liggur nakað langt frammi í tíðini. Tá tað nærkast, so fari eg at taka støðu, sigur Andreas Lava Olsen í stuttari viðmerking við Norðlýsið. Mynd: FSF

CHRISTIAN MOURITSEN FLEST UPPLEGG

Nú einans tvey umfør eru eftir at spæla í Effodeildini, liggur Christian Mouritsen úr HB greitt á odda fyri “assist” ella upplegg, sum tað á føroysum kallast. Jákup Ósá Norðlýsið hevur eftir 25 umførum dagført “assist” listan. Hetta merkir, at leikararnir eiga næst seinastu avleveringina, tá viðleikari skorar. Í flestu førum eru tað leikararnir, sum taka flestu deyðbóltarnar – fríspørk og hornaspørk – sum

liggja á fremstu plássunum. HB leikarin Christian Mouritsen er framvegis í einum klassa fyri seg og endar mest sannlíkt ovast á hesum listanum. Listin sær soleiðis út: Christian Mouritsen 20

Hjalgrím Elttør 14 Hans Pauli Samuelsen 12 Árni Frederiksberg 12 Tór Ingar Akselsen 11 Gert Hansen 10 Símun Samuelsen 10 Páll A. Klettskarð 9 Kristin Mouritsen 8 Súni Olsen 8

Ari Ellingsgaard 8 Høgni Madsen 8 Sorin Anghel 8 Niels Pauli B. Danielsen 7 Klæmint A. Olsen 7

FLESTU LIÐINI HAVA SET T VENJARAR Hjá flestu liðunum í Effodeildini er venjara spurningurin avgreiddur. Jákup Ósá Tey liðini sum hava sáttmálar við sínar venjarar til komandi ár eru KÍ(um teir vera verandi í deildini), har Eyðun Klakstein hevur sáttmála og EB/Streymur, har Rúni Nolsøe gjørdi tvey ára sáttmála í fjør. ÍF, Víkingur, NSÍ, Skála og B68 hava meldað út, at tey ynskja framhaldandi samstarv við núverandi venjara hjá teimum, meðan HB ikki viðgerð spurningin fyrr enn eftir kappingarárið eins og ætlað. Har bendur tó nógv á, at Oddbjørn Joensen hel-

dur fram. Men havast skal í huga, at sagt hevur verið úr serliga ÍF, men eisini B68 og NSÍ, at nøkur viðurskiftir skulu koma uppá pláss, áðrenn venjarin kann setast. Hjá AB er mest sannlíkt, at Sámal Erik Hentze ikki heldur fram. Hjá B36 heldur Mikkjal Thomassen ikki fram vegna persónligar umstøður. Har ljóðar, at núverandi AB venjarin Sámal Erik Hentze er favorittur at taka yvir. Heldur TB sær í deildini, so er eisini ógreitt, um Páll

Guðlaugsson heldur fram har suðuri, har friðarligt hevur verið á hesum økinum seinastu vikurnar. Sum skilst velst nógv um, í hvørjari deild TB spælir í næsta ár. Tí kunnu vit seta venjara listan fyri 2014 upp soleiðis: Sáttmáli undirskrivaður: Rúni Nolsøe (EB/Streymur) og Eyðun Klakstein (KÍ) Mest sannlíkt: Oddbjørn Joensen (HB), Albert Ellefsen (ÍF), Heðin Askham

(NSÍ), Sigfríður Clementsen (Víkingur), Sámal Erik Hentze (B36), Øssur Hansen (B68) og Eliesar Olsen (Skála). Ógreitt: AB og TB(um teir yvirliva)


18

NORÐLÝSIÐ NR. 35 MÁNADAGIN 14. OKTOBER 2013

NAKRIR KÍ LEIK ARAR UT TAN SÁT TMÁL A Hjá KÍ hava nærum allir teir yngru leikararnir sáttmála fyri 2014, meðan teir royndu leikararnir skulu til samráðingar eftir kappingina. Jákup Ósá KÍ gjørdi í fjør tvey ára sáttmálar við teir flestu av teimum yngru leikarunum. Men nakrir skulu til samráðingar eftir kappingarlok í ár, har ein serliga leggur til merkis fimm av teimum royndu leikarunum í føroyskum fótbólti hjá KÍ, sum vit fara at meta um niðanfyri. Meinhardt Joensen Meinhardt Joensen hevur ikki havt eitt av sínum bestu kappingarárum hjá einum av liðunum, ið hevur latið flest mál inn í Effodeildini. Serliga eru tað mongu fríspørkini, har fleiri eru skotin langt úti frá, sum mangan hava kostað dýrt. Meinhardt hevur spælt allar

dystirnar uttan tann eina, tá hann hevði leikbann. Samanbera vit við t.d. 2011, tá hann var millum teir allar bestu í føroysku kappingini á meistara liðinum hjá B36, so hevur hetta verið eitt kappingarár væl undir tað støðið, ið hann kann vísa. Heðin á Lakjuni Er ein av teimum fáu KÍ leikarunum, ið hava hildið eitt javnt høgt støðið teir flestu dystirnar. Er tann sum hevur spælt flestar

minuttir og aldurin tykist ikki ávirka nevnivert enn. Tí fer KÍ helst at gera nógv fyri at fáa nýggjan sáttmála við Heðin, so royndi vinstri bakkurin tekur minst eitt ár afturat. Atli Danielsen Atli er ímyndin av hesum KÍ kappingarárinum. Avrikini hava verið alt ov óstøðug. Hann byrjaði við landsliðsstøðið fyrstu umførini, áðrenn avrikini dalaðu. Síðani spældi hann aftur nakrar góðar dystir,

tá venjaraskiftið hjá KÍ var farið fram. Trý “assist” og tvey mál í opnum spæli umframt tvey brotsspørk er tað blivið til hjá verjukenda miðvalla leikaranum, sum framvegis tykist vera langt frá A-landsliðinum, har hann annars var úttikin, tá skaðar og leikbann raktu sentrala miðvøllin fyrr í ár. Kristoffur Jakobsen Eitt mál og tvey “assist” siga nógv um, at hetta hevur ikki verið tað besta kappingarárið hjá Kristoffur í

KÍ. Tað skal eisini leggjast afturat, at hansara leiklutur á liðinum hevur verið minni enn flestu av undanfarnu árum, har hann í ár hevur byrjað á bonkinum ein part av kappingarárinum. Hjalgrím Elttør Eins og fleiri aðrir hevur tað verið óstøðugt hjá KÍ liðskiparanum. Hann var kanska besti leikarin í Effodeildini fyrstu fýra umførini og við fjúrtan “assist” uppleggum – har mongu deyðbóltsstøður-

nar hava hjálpt væl - hevur hann verið við í stórum parti av KÍ málunum umframt at hava skorað fimm mál sjálvur. Mitt í summar bleiv hann settur á bonkin og misti eisini liðskipara bandið í tveimum dystum eftir tað. Hetta og mista landsliðsplássið staðfesta, at hetta samanlagt ikki er eitt av bestu kappingarárunum hjá Hjalgrím, sum fyrstu umførini annars bendu á.


19

NORÐLÝSIÐ NR. 35 MÁNADAGIN 14. OKTOBER 2013

SIGFRÍÐUR ER BJARTSK YGDUR Sigfríður Clementsen sigur, at hann og Víkingur eru samdir um at halda fram við samstarvinum næsta ár, tá liðið helst fer eftir meistaraheitinum.

Jákup Ósá Víkingur setti fyrr í summar Sigfríð Clementsen til venjara. Síðani tá hevur tað gingið væl, har liðið vann steypakappingina og í landskappingini hevur fingið 2,1 stig pr. dyst. Heldur fram í Víkingi Sigfríður Clementsen sigur, at hann heldur fram í Víkingi, tí tað manglar nærum bara undirskriftin. Tað hevur gingið væl hjá liðinum og hann heldur, at hópurin hevur havd dygdir og samstundis fingið munagóðan styrk í summar. - Víkingur misti ov nógv fyrsta partin av kappingini. Har tapti liðið tepurt nakrar ferðir og livdi ikki upp til høgu vónirnar undan kappingini. Tá

so Sam Jacobsen og Sølvi Vatnhamar komu í hópin í summar, so bleiv tað ein sera týðandi styrkur og við virkaði til, at tað vendi. Sam fór so avstað aftur, men tá var liðið komið i gongd og toldi tað, sigur Sigfríður. Fara eftir FM heitinum Sigfríður Clementsen sigur, at stendur tað upp til hansara, so vera stór mál sett næsta ár. - Støðan í Víkingi er tann, at tað eru nakrir leikarar, sum hava verið við í nógv ár og sum eru komnir í ein aldur, har teir ynskja og vilja stríðast heilt har uppi. Til tað skulu vit varðveita verandi hóp og so fáa styrk av einum-tveimum profilum. Tá tosi eg

um ein leikara til sentrala miðvøllin at binda liðið saman og so ein til offensiva partin, har hann skal geva liðinum nøkur mál eisini. Eg havi givið nevndini nøkur ynskir og talan er um leikarar í føroysku kappingini, har vit vita, hvat teir standa fyri, sigur Sigfríður Clementsen. Hann sigur víðari, at teir fara at melda út, at teir fara at stríðast um FM heitið, um onnur lið ikki vera sterkari enn í ár. - Vit hava víst, at vit kunnu vera við og fáa góð úrslit. Fáa vit so styrk afturat, so eiga vit at kunna bjóða av, og eg havi ongantíð verið bangin fyri at melda út at fara eftir meistaraheitinum. Men hinve-

gin, so má man hyggja eftir, hvat er realistiskt. Styrkir KÍ seg við 2-3 leikarum, so kunnu teir kappast um FM. Tí teir hava verið væl við í flestu dystunum og mangla kanska bara mentalt sterkar leikarar fyri at gera, at niðurtúrurin, sum øll lið fáa, ikki varar longri enn 2-3 dystir. Fáa NSÍ og ÍF styrk, so eru tey boð uppá FM vinnara og har

eru onnur lið afturat HB, sum altíð fer eftir FM. So hesar komandi vikurnar vera avgerandi, har liðini fara at seta hóparnir saman til næsta ár, sigur Sigfríður Clementsen við Norðlýsið. Hann sigur, at burtursæð frá Kaj Leo í Bartalsstovu, so hava allir leikararnir hjá Víkingi sáttmála til komandi ár. Hann vil ikki nevna nøvn, men Súni Olsen, sum

er fluttur til Norðragøtu er ofta settur í samband við Víking og passar til eitt av plássunum, har Víkingur ætlar at styrkja seg. Har afturat er Lukasz Cieslewicz úr B36 eisini javnan settur í samband við Víking, men vit hava ikki fingið váttað, at samband hevur verið millum Lukasz og Víking.

HEÐIN HELST Í NSÍ Í 2014 HEÐIN ASKHAM BESTU ÚRSLITINI Í 2013 Heðin Askham er tann venjarin í 2013, sum hevur fingið bestu úrslitini í Effodeildini. Sigfríður Clementsen liggur beint í hølunum, meðan HB venjarin Oddbjørn Joensen einans liggur á 3. plássi.

Norðlýsið hevur hugt eftir, hvørjir venjarar hava tey bestu úrslitini í 2013 í landskappingini í Effodeildini. Og har kann ein skjótt síggja, at tvey lið at síggja til raktu væl við sínum venjarum, tá bæði NSÍ og Víkingur í summar settu nýggjan venjara. Tí tað eru Heðin Askham og Sigfríður Clementsen, sum liggja frammanfyri venjaran hjá oddaliðinum HB, ið er Oddbjørn Joensen. Bæði Heðin og Sigfríður hava verið venjarar í 10 dystum, og tí er grundarlagið framvegis nakað tunt í mun til eitt nú Oddbjørn Joensen og Albert Ellefsen, sum eru

venjararnir við bestu úrslitunum av teimum liðunum við 25 dystum. Topp 4 venjararnir við bestu úrslitunum í Effodeildini eru hesir: 1. Heðin Askham(NSÍ): 22 stig í 10 dystum, ið er 2,2 stig pr. dyst 2. Sigfríður Clementsen (Víkingur): 21 stig í 10 dystum, ið er 2,1 stig pr. dyst 3. Oddbjørn Joensen (HB): 51 stig í 25 dystum, ið er 2,04 stig pr. dyst 4. Albert Ellefsen (ÍF): 46 stig í 25 dystum, ið er 1,84 stig pr. dyst

Heðin Askham sigur, at fær hann alt at hanga saman viðv. arbeiði, so heldur hann fram í NSÍ í 2014. Jákup Ósá Sum kann lesast aðrastaðni í blaðnum, so hevur tað aftur í ár hilnast væl hjá Heðin Askham í Effodeildini. Undan hesum kappingarárinum var hann venjarin í føroyskum fótbólti við bestu úrslitunum, sum hagtøl á Norðlýsinum vístu. Tað hevur hann ført víðari í NSÍ í ár. Heðin er nevniliga venjarin við bestu úrslitunum eisini í 2013 undan seinastu tveimum umførunum. Trívist væl í Runavík Heðin Askham sigur, at hann trívist væl í starvinum í Runavík og tí er stórur møguleiki fyri, at hann heldur fram sum NSÍ venjari. - Í løtuni arbeiði eg við at fáa greiðu á, hvussu viðurskiftini við síðuna av fótbóltinum koma at passa saman næsta ár. Seinast í oktober vænti eg, at ein avgerð er tikin. Men koma tingini at passa saman, so ve-

rið eg mest sannlíkt í NSÍ, tí bæði felagið og eg hava áhuga at halda fram, sigur Heðin Askham. Hann sigur, at NSÍ liðið hevur ikki spælt yvir evnir hesa tíðina undir honum. - Nei tað haldi eg ikki, tí hópurin er rættuliga góður. Tað er ein hópur við nógvum ungum leikarum. At arbeiða við ungum leikarum er nakað, ið mær dámar væl. Tað er ein øðrvísi uppgáva. Leikararnir í NSÍ hava góðan hugburð og arbeiða hart. Sum eg skilji á lagnum, so vera ikki nógvar broytingar í hópinum til næsta ár. Men í einum felag sum NSÍ vil tað altíð vera eftirspurningur eftir onkrum leikara, sigur Heðin Askham, sum aftur í 2013 hevur prógvað sínar dygdir í føroyskum fótbólti sum ein tann besti venjarin í landinum.


20

NORÐLÝSIÐ NR. 35 MÁNADAGIN 14. OKTOBER 2013

S JÓ S AV N , F I S K I V INNU S AV N

- TA Ð ER DRE Y MURIN Saman við Louis Poulsen, var undirritaði í Havn, fríggjadagin 27. sept., eftir einum gomlum skipssendara.

Nýggja søgan um hendan sendaran er hon, at eftir at Norðlysið hevði skrivað dúgliga um tekniska savnið hjá Poul Havn í vár, fekk eg ein teldupost frá Jón Dam í Havn. Jón Dam, sum er radioamatørur, greiddi frá, at hann hevði ein sendara frá einum gomlum ”Skálaberg”. Hann helt at sendarin var frá 50-unum onkuntíð.

Sjálvur hevði hann fingið sendaran frá Tórshavn Radio, og ætlaði at seta hann í stand. Hann vitsti at sendarin hevði verið í gongdi og at tað átti at bori til at fingið hann aftur at virka. Jón Dam segði, at hann var ongantíð komin til at gera sendaran virknan aftur, og tí sendi hann Norðlýsinum teldupost og spurdi um hetta hevði áhuga.

Sjálvur hevur undirritaði mangan skrivað um at vit áttu at átt eitt fiskivinnusjósavn í Klaksvík, størsta fiskivinnubýi í Føroyum, og tí helt eg kanska at hetta var eitt gott høvi til eina lítla byrjan at savna inn tilfar. Setti meg í samband við Louis Poulsen, og hann var sum altíð til dystin fús. Vit fóru so sum sagt til Havnar fríggjadagin 27. sept. ef-

tir sendaranum. Jón Dam var bæði blíður og tíður og greiddi okkum frá tí, hann vitsti um sendaran. Tað var ein hugnalig løta har í túninum, og sjálvandi kundi kona Jón Dam ikki bara sær og spurdi um vit ikki vildu hava eitt sindur av óruddi afturat við norður - í hasum kendu vit báðir Louis okkara egnu makar aftur. Tá vit aftur høvdu fingið

Húkin í eygsjón, gekk leiðin beint inn til kenda klaksvíkingin og radioamatørin Erik Danielsen, at vísa honum fongin. Jú, tað var góðkent - men vit hava ikki funnið útav hvønn Skálaberg sendarin hevur hoyrt til. Jón Dam nevndi at sendarin var frá 50-unum, er hann tað, so kann hesin sendarin kanska vera av síðutrolaranum, ið bygdur

varð í Týsklandi, men tað fara vit skjótt at finna útav. Dreymurin um eitt sjó- og ella fiskivinnusavn í Klaksvík er komin eitt stig nærri veruleikanum. Oliver


21

NORÐLÝSIÐ NR. 35 MÁNADAGIN 14. OKTOBER 2013

EITT TAÐ BESTA SEYÐA ÁRIÐ EG VEIT UM

Tað sigur Akki (Jóan Jakki) Heinesen, bóndi á Viðareiði. Lombini eru sera væl fyri tó vit hava fingið færri enn seinasta ár. Av Viðareiði lata menn væl at skurðinum. Akki Heinesen sigur, at av ókendum orsøkum, mistu tey nøkur lomb í vár. Av 90 lombum, sakna við 6 lomb og eg haldi at alt er veðurlomb, sum manglar í. Hvør orsøkin er vita vit ikki. Men annars er skurðurin framúr góður. Vit hava viga í livandi vekt, og av 35 veðurlombum var miðalvektin 94 pund. Um tey roynast sum tey plaga, so skuldi eitt lamb, ið vigar 94 pund í livandi vekt viga um 35-37 pund flett. Hjá okkum er hetta besta livandi vekt nakrantíð. Eg kann leggja afturat, at vit hava at kalla ongi smá

lomb fingið í ár. Øll lombini eru sera væl fyri og vit hava at kalla onki fingið, ið vit plaga at kalla smátt. Nú er so takið at fáa krovini væl undan. Tað er stak lýtt ídag, og tað hevur tað verið seinastu dagarnar. Harafturat er hann komin av landnyrðingi og eysturi og skaddan liggur oman í hálvan hagan. Tað er gott at krovini fáa eitt sindur av lýðku í byrjanini, men tað skal helst ikki halda á alt ov leingi, sigur Akki Heinesen. Akki leggur afturat: Eg og Jákup bóndi hava tveir veðrar á Tanga, tað er beint niðanfyri Oyggjaskorðar, teir fara vit eftir so skjótt

veðrið er til tað. Har er ikki gott at koma at, og hartil rekur hart har, so streymur og sjóvarfall skulu eisini passa. Tá eg spyrjið Akka hví teir gera so nógv burturúr tveimum veðrum, at teir draga bát á Eiðsvík og sigla

norður har tað er harðført og ilt at koma á land og so upp at renna í brattlendi eftir hesum báðum veðrunum, - tá er Akki skjótur at svara – Men Olivir lívið er ikki bara arbeið, ítróttur og spenningur er eisini ein partur, sum ger lívið vert

at liva. Vit sum eru komnir nakað til árs, eg og Jákup bóndi eru vaksnir upp við hesum, og teir ungu eru ómetaliga spentir at fara eftir veðrum í fitilendi – jú, tað er so sanniliga ómakin vert, vit fáa eina sosiala uppliving líka frá tí at boðað

er frá at fara í fitilendið og til langt eftir at flett er, - slíkar upplivingar ríka lív okkara ósigiligt, sigur Akki, Jóan Jákup Heinesen, bóndi av Viðareiði at enda.


22

NORÐLÝSIÐ NR. 35 MÁNADAGIN 14. OKTOBER 2013

VÆL Á VEG

Í JÓLAHÝRI Í KEYPMANNAHAVN

Farið á vikuskiftisferð til Keypmannahavnar fyri spottprís saman við makanum, vinunum ella vinkonunum. Fram til 9. desember 2013 kunnu tit gista á frálíka hotellinum Crowne Plaza Copenhagen Towers, fríggjadag til mánadag í dupultkamari við morgunmati fyri prísi úr bara 2.995,- fyri hvønn íroknað flogferðina úr Vágum til Keypmannahavnar og aftur. Eitt frálíkt høvi til jólashopping, vinkonutúr ella sum eitt romantiskt vikuskifti. Hotellið liggur bara nakrar fáar hundrað metrar frá Field’s og bara 2 stopp við tokinum frá Kastrup Lufthavn. Ferðin kann bíleggjast á tel 34 10 10 í tíðarskeiðinum 14. oktober til og við 28. november 2013. Talan er um avmarkaði pláss á ymisku ferðadøgunum.

PRÍSUR FYRI HVØNN ÚR BARA:

2. 9 9 5 ,Kostnaðurin er fyri hvønn í dupultkamari, tá tvey ferðast saman. Íroknað er flogferð Vágar-Keypmannahavn t/r, ferðaavgjøld, gisting í dupultkamari v/morgunmati í 3 nætur á Crowne Plaza Copenhagen Towers frá fríggjadegi til mánadag í tíðarskeiðinum 1. november til 9. desember 2013. Ferðin skal bíleggjast í tíðarskeiðinum 14. oktober til 28. november 2013. Talan er um avmarkaði pláss á ymisku ferðadøgunum.


NORÐLÝSIÐ NR. 35 MÁNADAGIN 14. OKTOBER 2013

23


PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD: OLIVER JOENSEN

iPad við retinaskermi Líka so vakur. Dupult so skjótur. Slóðbrótandi retinaskerm við krystallklárum fyrimunum. Sterkan A6X-prosessara við spitaranum á framtíðini. Yvir 275.000 appir við markleysum møguleikum. Ultraskjótt tráðleyst við smidligum sambandi til alt.

Tórshavn

Klaksvík

Saltangará

mán–frí 08.00–17.30 leyg 10.00–14.00

mán–frí 09.00–17.30 leyg 10.00–14.00

mán–frí 09.00–17.30 leyg 10.00–14.00

Smyrilsvegur 5 tel. 347 300

Stangavegur 53 tel. 347 310

Heiðavegur 25 tel. 347 320

BOX 58 - 710 KLAKSVÍK - TEL. 456285 - INFO@NORDLYSID.FO

Nordlysid nr 35 2013  

Norðlýsið blað nr 35 Mánadagin 14. okt. 2013

Advertisement