Page 1

FØ ROYA SJÓMANNADAGUR í Klaksvík 13. - 18. august

NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013 / 62. ÁRGANGUR / KR 30,00

Ø LL TILTØ K ERU ÓKEYPIS m u n ð a l b í á r Stór sk

K VINNAN Á BRÚNNI Síða 1 4 -1 5

Egndi við hond á Flemish Kap

10.000 kr

frá kjølur til vinnarin av fm í egning

Síða 2 6 -2 9

Síða 12 Thor Varðin Føroya Tele Tryggingarfelag Føroyar Vodafone Berglon Kjølbro Heilsøla Kjølur

Havsbrún Samskip Faroe Ship Mest Magn Framherji Enniberg Nor›oya Sparikassi

Vónin EL-IN KJ-Hydraulik Atlantic Airways Smyril Line Hotel Føroyar 62N Airport Hotel Elding Føroya Bjór

Hotel Hafnia Á handlarnir (INN) Føroya Keypsamtøka NEMA Fegin KBI

Norðlýsið Ågot Ivan Bilar Borg Faroe Marine Products Jákup B

Líðhamar KSS TTS Sportmaster EFFO MBM

9

Klaksvíkar Kommuna EIK Hvalnes JFK Norðoya Íløgufelag Føroya Fiskimannafelag

772245 065007

STUÐAL AR HJÁ FØ ROYA SJÓMANNADEGI 2013


2

FØROYA SJÓMANNADAGUR Í SAMSTARVI VIÐ EIK OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU

NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013


NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013

FØROYA SJÓMANNADAGUR Í SAMSTARVI VIÐ EIK OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU

3


4

FØROYA SJÓMANNADAGUR Í SAMSTARVI VIÐ EIK OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU

NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013

MINST TIL FISKIK APPINGINA


NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013

FØROYA SJÓMANNADAGUR Í SAMSTARVI VIÐ EIK OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU

5


6

FØROYA SJÓMANNADAGUR Í SAMSTARVI VIÐ EIK OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU

NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013

Minningarhald á Skarið FISK A SMAKKISkrá fyri dagin 14. august ROYNDIR Á SJÓMANNADEGNUM Myndir: Andrass Jacobsen

Fyri fyrstu ferð fer Sjómannadagurin hesaferð at varpa ljós á smakkin á fiskinum, ið kemur uppá land í norðoyggjum.

Kl. 09.00 Gongutúrur byrjar úr Kunoy. Gingið verður uppum Skarðsgjógv og til Skarðs. Møtt verður uppi í Keldum í Kunoy. Kl. 09.30 Dragin fer av Klaksvík og norður um Nakkin. Tekning á Kunningarstovuni tel. 456939. Kl. 10.00 Gongutúrur úr Haraldssundi og norður til Skarðs. Møtt verður norðuri í bátahylinum. Kl. 10.30 - 13.00 Bátar sigla úr Haraldssundi norður til Skarðs. Kl. 12.00 Stuttur gongutúrur niðan í Skarðdal. Kl. 14.00 - 16.00 Minningarhald á Skarið: • Nevndin bjóðar vælkomin. • Felagssangur: Eg smáttu veit á grønu ong.. • Jógvan Fríðriksson sigur nøkur orð. • Minnisvarðin verður avdúkaður. • Fløggini vundin í fulla stong. • Hans Pauli Olsen greiðir frá l istaverkinum. • Jóan Pauli Joensen sigur nøkur orð. • Sangurin um Skarðsbygd hjá Hans J. Glerfoss verður sungin. • Óluva Klettskarð sigur nøkur orð.

• Felagssangur: Á mønu hjalsins stari. • Formaðurin handar borgarstjóranum minnisvarðan til varðveistlu. • Borgarstjórin sigur nøkur orð. • Nevndin hevur orðið og takkar fyri. • Tjóðsangurin verður sungin. • Umleið kl. 16.00 Bátar byrja at sigla fólk heim aftur. Kl. 17.30 - 20.00 Smurt breyð, suppa, kaffi og kaka í bygdahúsinum í Haraldssundi. Kl. 17.30 - 22.00 Lutir av Skarði liggja frammi á Bakkavegi 5. Kl. 17.30 - 20.00 Lutaseðlar verða seldir: Vinningur: Listaverk eftir Fridjof Joensen. Kl. 18.30 - 20.00 Kvøldseta í bygdahúsinum í Haraldssundi: • Hanus G. Johansen syngur. • Andrass Sólstein heldur fyrilestur • Hanus G. Johansen syngur. • Hansa Glerfoss sigur nøkur orð. • Hanus G. Johansen syngur sangin um Skarðsbygd hjá Hansa J. Glerfoss. • Felagssangur: Yrktur sangur til minningarhaldið. • Niels og Helgi Midjord syngja. • Hanus G. Johansen syngur. • Felagssangur: Nú dagur at enda er.

HARMONIKUTÓNLEIKUR Á SJÓMANNADEGNUM Harmonikufelag Føroya skipar fyri harmonikutónum á Sjómannadegnum.

Spælt verður umborð á draganum tá Føroysku Træseglskipini leggja at bryggju í Klaksvík leygarmorgunin og á middegi verður harmonikutónleikur

spældur. Eisini spæla harmonikutónleikarar ymsastaðni á bryggjuni ígjøgnum dagin.

17. august verður Føroya Sjómannadagur. Sum nakað nýtt verður í ár eitt tiltak á degnum, har kokkar fara at matgera fiskavørur. Endamálið er at fáa sjálva vøruna í fokus. Kendir kokkar Niclas Heri Jákupson er ein av fyriskiparunum av Sjómannadegnum. -Vit hava fingið góð sambond við teir persónarnar, ið vóru partar av matfestivalinum í Havn fyri nøkrum árum síðani. Ein av kendastu kokkunum í Føroyum, Leif Sørensen, verður við. Gutti Winther, sum er kendur frá sjónvarpssendingini “Spísikamarið” verður við eins og Jóhan Joensen, ið er kokkur í Áarstovu í Havn. Afturat teimum ætla vit at fáa nakrar av teimum bestu kokkunum í norðoyggjum at

vera við, sigur Niclas Heri. Grilla fisk á bryggjuni Tað verður tann eyðkendi góði fiska lukturin, ið kemur at vera á bryggjuni í nakrar tímar á sjómannadegnum. -Tað sum í høvuðsheitum fer at henda er, at vit fara at hava ein mini matfestival við føroyskum fiskavørum. Á bryggjuni koma grillir at vera settar upp, har øll fiskasløg, sum koma uppá land í norðoyggjum, fara at vera matgjørd. Føroyingar hava altíð fiskað og etið fisk. Fyrr tosaði man oftast í tonsum, nú er meira tos um virði á lastini. Men vit fara víðari og leggja dent á smakkin og hvat tað er, sum fær tað besta fram í fiskinum. Á bryggjuni kunnu fólk so hava smakki royndir av hesum fiskinum, sum vit kalla fyri heimsins besta

fisk, sigur Niclas Heri við Norðlýsið. Føroya besti skipskokkur Eftir at kokkarnir fara at matgera ymisk fiskasløg til mongu gestirnar, so verður ein nýggj kapping á skránni innan sama økið. Tá skal Føroya besti skipskokkur finnast. -Aftaná alt hetta koma hesir kokkarnir so at finna Føroya besta skipskokk. Teir fáa eina uppskrift at gera við einum avísum fiski og einasta treyt fyri at vera við er, at ein er skipskokkur. Eins og til hinar kappingarnar á Sjómannadegnum, so er góður vinningur til vinnaran. Hetta er fyrstu ferð vit royna hetta, so tað verður spennandi at síggja, hvussu tað fer at virka, sigur Niclas Heri Jákupsson.


NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013

FØROYA SJÓMANNADAGUR Í SAMSTARVI VIÐ EIK OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU

7

L E I Ð A R I N

Sjómannadagurin ein gestus frá vinnulívinum 9. Sjómannadagurin fer av barkastokki í hesi vikuni. Nógv er broytt, síðani fyrsta Sjómannadag í 2005, tí vit, sum fyrireika Føroya Sjómannadag hava roynt at broytt dagin nakað á hvørjum ári, hóast høvuðsleisturin hevur verið hin sami. Tað er, at vit hava hildið uppá, at øll tiltøk á Føroya Sjómannadegi skulu vera ókeypis, bæði fyri vaksin og børn. Hetta skal vera ein familjudagur har vit steðga upp í meldrinum eitt bil, og hugna okkum saman við børnum okkara. Men tað er ikki bara at siga tað, at seta eitt so stórt ókeypis tiltak upp á beinini, tí peningalig orka krevst. Tað er her at føroyska vinnulívið við Klaksvíkar Kommunu og Eik Banka á odda, eigur stórt rós uppiborið, fyri at hava stuðlað Føroya Sjómannadegi so dyggiliga á hvørjum ári, at tað hevur borið til hjá fyrireikarunum at loyst tiltakið úr leisti nú níggju ár á rað.

Frá Klaksvíkar Fimleikafelag Av tí at tímarnir í hallunum ikki eru fastlagdir enn, kunnu vit ikki sum vanligt hevur verið, lýsa venjingartíðirnar nú. So skjótt vit hava fingið at vita okkara tíðir, vera venjingartíðir lýstar á Facebook og á www.nordlysid.fo

Nú skal skráin ikki rekjast upp her á hesum teigi, tí hana kunnu fólk síggja á øðrum stað í blaðnum. Men leggið til merkist leygardagin kl. 13 – 17.00. Sum nakað nýtt eisini, fer Føroya Sjómannadagur at undirstrika, at tá tosað verður um fiskivinnuna, so snýr alt seg ikki um tons og krónur. Jóhan Mortensen, vinnulívsmaður í Havn, hevur í fleiri ár víst á, at ein saknur hevur verið í, matvøruvirðinum í tí, sum verður ført til landið. Tað hevur Føroya Sjómannadagur tikið til eftirtektar. Flestu munnu vita, at Jóhan hevur gott samband við føroyskar gourmètkokkar, ið eru ímillum teir bestu í norðanlondum, ja, millum heimsins bestu. Kokkarnir fara at gera serstakliga fiskavørur til á ymsan hátt og hjá okkum øðrum fer at bera til at fáa smakkiroyndir og helst eisini vegleiðing, um vit fáa hug at royna okkum í køkinum heima. Havið kring um okkum er livibreyð okkara, tí er umráðandi at vit fara væl um tilfeingið líka frá tí vit á fyrsta sinni taka ráevnið og til tað verður etið. Alt úr sjónum er gott, men treytin er at vit fara væl um. Níggju ár eru nú liðin síðani Oliver Joensen, blaðstjóri og Niclas Heri Jákupsson, vinnulívsmaður stungu høvdini saman at byrja Føroya Sjómannadag. Men tað er ov lítið bara at finna uppá, handling krevst eisini og her hevur stóra toymið aftanfyri Føroya Sjómannadag lyft hetta tiltak á hvørjum árið uttan samsýning. Umframt teir báðar frammanfyrinevndu eru í toyminum. Karl Birgir Isaksen, Ólavur Poulsen, Eyðstein Poulsen, Hjaltur Poulsen, Jákup Eydnugarð, Magnus P. Joensen, Finn Baldvinsson og John William Joensen.

Nevndin

Tøkk

Eg takki øllum hjartaliga, sum mintust meg á 90 ára føðingardegi mínum. Tit sum komu inn á gólvið, og tit, sum ringduvið heilsan og fyri gávur. Eisini eina tøkk til tykkum sum hjálptu til. Heilsan Michael Kyrjarheyg

Elisabeth Nystrøm 90 ár Eg fari at takka tykkum mongu, sum komu at heilsa upp á meg á mínum 90 ára føðingardegi tann 23.07. Takk fyri gávur og blómur, takk til øll tykkum sum gjørdu mær dagin so hugnaligan. Harrin signi tykkum øll. Elisabeth Nystrøm

Planter til salg. 10 forskellige stauder 250 kr, Olearia og Griselinia til hæk, træer og bunddækkende planter. Gratis løg til påskeliljer sammen med plantekøb.. Eva Andersen, 448271 Guðstænastur 11aug Christianskirkjan kl.11.00 Magnus B Jørgensen

Hvannasundskirkja kl. 12:00 Maria Jørðdal Niclasen ÚF 25 aug Christianskirkjan kl.11.00 Hanus á Gørðum altarg.

Hvannasundskirkja kl. 12:00 við altarg. Gerhard Jónsson Mikkelsen prædikar 18 aug Christianskirkjan kl.11.00 Marjun Lómaklett Àrnafjørð kl.11.00 Magnus B Jørgensen Kunoy kl.12.15 Magnus B Jørgensen

Húsar kl.11.00 Marjun Lómaklett

Mikladalur kl.12.15 Marjun Lómklett Haraldssund kl.11.00 Magnus B Jørgensen

1. juli 2013 bleiv Anna Berg útlærd sum Farmakonomur. Hon hevur lært á Norðoya Apotek. Seinastti næmingur, sum bleiv útlærdur var í 1987.


CA MPING 8

FØROYA SJÓMANNADAGUR Í SAMSTARVI VIÐ EIK OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU

NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013

á Føroya Sjómannadegi

Kom og ”campa” á Sjómannadegnum Campingøkið verður á útfyllingini, og atgongd verður til el, vatn og at tøma rottangan. Prísurin er kr. 500 fyri vikuskiftið 16.-18. aug. Um fólk hava hug at steðga dagarnar millum festivalin og Sjómannadagin, so er prísurin frá sunnudag til fríggjadag 100 kr. pr. dag. Bílegging og gjalding fer fram á Norðoya Kunningarstovu.

Summarfestivalurin – eitt úrslit av 10 ára samstarvi við Norðoya Sparikassa Stjórin í Norðoya Sparikassa, Marner Mortensen, sigur at tað er fyrst og fremst týdningurin av at skapa trivnað í Norðoyggjum at Norðoya Sparikassi samstarvar við Summarfestivalin og Steintór Rasmussen sigur at uttan ein góðan bakk sum Norðoya Sparikassa hevði tað als ikki verið møguligt at fyriskipað eitt so stórt og umfatandi mentanar átak sum Summarfestivalurin. At tað hevur týdning at hava ein lokalan peningastovn er Summarfestivalurin eitt gott dømi um. Eini 50 starvsfólk starvast í Norðoya Sparikassa harav meginparturin er á deildini í Klaksvík. Sambært roknskapinum rindar Norðoya Sparikassi umleið 22 mió. Kr. í lønum á hvør-

við at stuðla Summarfestivalinum, sigur Marner Mortensen, stjóri í Norðoya Sparikassa.

jum árið og stórsti parturin fellur niður í lokaløkinum. Harafturat er eingin privatur eigari av sparikassanum og tí kemur eisini avlopið í nógv størri mun lokalsamfelagnum til góðar. - Summarfestivalur og

KÍ eru millum tey sum fáa størsta stuðul frá Norðoya Sparikassa men harafturat stuðlar Sparikassin eina røð av feløgum og mentunarátøkum sum fyri størsta partin eru í Norðoyggjum. - Hetta er 10. Árið at vit

eru við sum høvuðsstuðul hjá Summarfestivalinum og vit fegnast stórliga um hetta megnartiltak. Vit síggja tað sum ein nátúrligan part av okkara uppgávu at skapa trivnað í Klaksvík og tað verður m.a. gjørt

Fegnast stórliga um samstarvið við Norðoya Sparikassa Steintór Rasmussen, sum saman við Erik Biskopstø fyriskipað summarfestivalin, sigur at Norðoya Sparikassi hevur havt alstóran týdning fyri Summarfestivalin. - Vit hava øll 10 árini havt Norðoya Sparikassa sum høvuðsstuðul og tá vit fyri nøkrum árum síðan tosaðu um hvørjar langtíðarætlanir vit høvdu var Sparikassin beinanvegin fúsur til at gera eina langtíðar avtalu, sum hevur verið grundarlagið undir Summarfestivalinum. Ei-

sini hava vit øll árini havt eitt sera tætt samstarv við Norðoya Sparikassa og hava m.a. útbygt eitt serligt Silvaland við nógvum aktivitetum fyri børn. - Tað er eingin sjálvfylgja at eitt slíkt mentunartiltak sum Summarfestivalurin letur seg gera í Klaksvík og tí er tað av alstórum týdningi at samstarva við ein stovn sum Norðoya Sparikassa sum sær týdningin av at skapa trivnað og menning í Klaksvík. Vit eru sera takksamir fyri tað góða samskifti sum hevur verið hesi tíggju árini millum okkum, núverandi- og undanfarnu leiðslu í Norðoya Sparikassa


NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013

FØROYA SJÓMANNADAGUR Í SAMSTARVI VIÐ EIK OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU

FISKIK APPING, VATNKRÍGGJ OG FL ØSKUPOSTAR

Aftur í ár skipar Sjómannadagurin fyri væl umtóktu fiskikappingini og vælumtókta vatnkrígginum. Men áðrenn vatnkríggið, sleppa børnini at tveita fløskupostar. - Vantandi luttaka øll sløkkiliðini í ár, so tað verður eitt kríggj av eini aðrari verð. Danial Viðoy Fríggjakvøldið byrjar Sjómannadagurin fyri børnini, tá fiskikapping verður. Aftaná fiskikappingina fara børnini um borð á Sjórænara-skip at kasta fløskupost og at kríggjast. Fiskikappingin Stór fiskikapping verður fyri ”Sjórænarar” á Kósabrúnni fyri bæði gentur og dreingir. Til fiskikappingina mugu børnini sjálvi hava tráðu við, men agn fáa tey frá fyrireikarunum. Vatnkríggj og fløskupostar Tá ið fiskikappingin er av, fara børnini saman við vaksnum um borð á sjórænaraskipini. Børnini skulu vera í bjargingarvestum og helst eisini sminkað sum sjórænarar.

Umborð á sjórænaraskipunum verður farið út á Kallsoyarfjørð at tveita fløskupost og síðani inn aftur á Vágna, har vat-

nkríggj verður millum bátarnar. - Best er at vera í klæðum, sum kunnu gerast vát, tí luttakararnir kunnu gerast dýggjvátir.

Sjórænarakongurin mælir eisini teimum, sum ætla sær í kríggj, at gera seg til reiðar við vatnballónum, ikki luftballónum.

Tilmelding fer fram í EIK-Banka í Klaksvík.

9

REG LUG ERÐ IR Reglugerð fyri fiskikapping Fiskikappingin verður fríggjdagin 16. august kl. 18 á Kósabrúnni. Tað eru børnini sum fiska og foreldur hava bert loyvi til at hjálpa til við at krøkja agn uppá húkin og taka fiska av húkinum. Børnini verða deild upp í fýra bólkar: Gentir og dreingir undir skúlaaldur Gentir og dreingir í skúlaaldri. Øll fiska í senn. Tá kappingin er liðug skal fiskurin leggjast í stóra posan og navnið á lutakaranum skrivast á seðil og leggjast í ein lítlan plastikk posa, sum síðani verður lagdur í stóra posan saman við fiskunum. Síðani verður posin lagdur har sum vektarmenn eru og øll fáa sunkist og okkurt søtt aftur við. Vinnararnir av fiskikappingini verða heiðraðir á stórapalli á sjómannadegnum leygardagin við stóra morgun matar borið sum byrjar kl. 10. Handanin verður umleið kl. 11. Reglugerð fyri vatnkríggj og fløskupostar Kl. 19, eftir fiskikappingina, leggja SJÓRÆNARA-SKIP at bryggjuni har farið verður umborð. Børn skulu verða í bjargingarvestum og regnklæðum og helst verða sminka sum sjórænarar. Smærri børn saman við foreldrum verða boðin umborð á verjuskipið Brimil, sum eisini luttekur í vatnkrígginum (avmarkað atgongd). Brævið tit fingu frá deildini í EIK at koyra í fløskupostin skal útfyllast og koyrast í fløskuna og proppur skrúvast á fløskuna. Síðani verður fløskuposturin kastaður tá komið er út í Kalsoyarfjørð og skiparin ella hjálparfólk geva boð. Av tí at tað kann gerast heldur rokaligt hjá teimum smæstu børnunum umborð á skipunum verður skipað fyri einum vatnkríggið á landið fyri smærru børnini - heimið á Stongunum niðan fyri egningarskúrarnar. Her ber eisini til at síggja vatnkríggið millum skipini. Spyrji endiliga vegleiðarar sum eru á bryggjuni um tað er nakað sum tit ivast í. Eftir at fløskupostarnir eru tveitir í Kalsoyarfirði verður siglt inn á Vánna har VATNKRÍGGJ verður millum bátarnar. Øll - bæði børn og vaksin, sum fara umborð á bátarnar kunnu roknað við at gerast dýggj vát og tí er gott at hava heit klæði við sær. Foreldur ella avvarðandi skulu verða saman við børnunum. Tann stóri sjórænara kongurin mælir til, at børnini gera seg út við vatn ballónum, tí vanligar luftballónir kunnu ikki nýtast,- tær bresta ikki eins lætt tá tær verða kastaðar.


10

FØROYA SJÓMANNADAGUR Í SAMSTARVI VIÐ EIK OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU

NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013

Varpa ljós á bestu skip og bátar í Føroyum

Síðani Sjómannadagurin byrjaði hevur stórur dentur verið lagdur á, at varpa ljós á bestu skip og bátar í Føroyum. - Í ár verður tað Alfred Olsen, ið handar heiðurstekin. Danial Viðoy Alfred Olsen, sum er formaður í løgtingsins vinnunevnd, sigur nøkur orð og handar heiðurstekin. Hetta fer at ganga fyri seg leygarmorgunin ímillum 10-12, tá

tað stóra kaffiborðið eisini er á skránni. Hetta er samstundis partur av endamálinum hjá Sjómannadegnum, sum er

at nøra og varðveita áhugan fyri fiskivinnuni á sjógvi og á landi, og at kveikja áhuga fyri tí, sum hevur við sjógvin at gera. - Hetta er somuleiðis ein møguleiki

hjá unglinginum, sum hug hevur á sjógvin, at síggja, hvønn bát ella hvat skip hann skal gera seg væl við.

SJÓMANSTAK

Føroyameistarakappingin í sjómanstaki er enn ein styrkiroynd millum menn, eins og togtoganin. Men í hesum føri eru tað bert tveir garpar, sum vísa styrki og treiskni yvir fyri hvørøðrum. Danial Viðoy

manstakið gevur, er saktans gott undirhald. - Áskoðarar dáma serstakliga væl at síggja djarvar garpar kappast

og tað hevur eisini víst seg á Sjómannadegnum seinni árini. Væl av fólkið hevur verið til føroyameistara-

skornir upp. Frásøgmaður greiður frá baði á føroyskum og enskum, men tiltakið hevur ikki verði á hvørjum árið tí tað hevur ikki altíð hepnast at fingið hendur á grindahvali. Seinast grind var í Klaksvík var Sýslumaðurin so beinasamur at lata ein hval til Føroya Sjómannadag og hvalurin var lagdur í ein frystikonteynara hjá Faroe Ship í Norðhavnini.

kappingina í sjómanstaki. Kappingin byrjar 17.40 leygardagin.

kl.

Tað verður garvilt - ansið eftir handilstonnum

Umframt teir garvillu sjómenningar, sum eru til dystin fús, kemur skjóttgangandi báturin Scorpion norður til Klaksvíkar at stuttleika sær á Sjómannadegnum. Frá klokkan 13.00 til 16.00 leygardagin verður møguleiki fyri at verða hálaður á luftpútum aftaná tí skjóttgangandi bátinum Scorpion. Tað er eingin ivi um at hetta verður garvilt, tí

Tað verður góður møguleiki at fáa fatur á einum grindabita á Sjómannadegnum í ár. Hvalurin er komin frá grindini úr Viðvík á Viðoynni. Og kanska Sundamenn hava givið ella selt ein grindahval, sum teir ”funnu” aftaná hesa grindina. Ein fastur táttur á Føroya Sjómannadegi er at Grindamannafelagið vísir hvussu hvalir verða

Føroya størsta fiskaúrval

Um tað stendur nógv á til togtoganina, stendur tað minst líka nógv ella meira á, tá kappingin í sjómanstaki er í hæddini. Menn kýta seg til síðsta sveittadropa. Seinnu árini hava verið fleiri sera tættir dystir, sum sjálvandi hava elvt til róp og spenning úti í mannfjøldini, ið ágrýtin fylgja gongdini. Undirhald fyri onki Vit plaga at siga: ”undirhald fyri allar pengarnar”, men Sjómannadagurin er eitt ókeypis tiltak, so her siga vit: ”undirhald fyri onki”. Undirhaldið, sum sjó-

Skera upp grind á Sjómannadegnum

Kørini við alskyns sløgum av fiski, sum seinastu árini hava verið væl umtókt á Sjómannadegnum, koma upp á pláss norðuri á Stongunum mikudagin. Danial Viðoy

Scorpion megnar at sigla 70 knob. Hetta er ikki bert fyri børn; vaksin mugu endiliga halda seg framat. Hetta er eitt upplivilsi fyri lívið,

bæði fyri børn og vaksin. Tað verður heitt á fólk, sum hava handilstenn, at taka tær úr áðrenn farið verður ein túr við Scorpion. Tí møguleikin er stórur fyri

at handilstennirnar ella gebissið kunnu taka til beins á sjógv á garvillu ferðini. Danial Viðoy

Toskur, hýsa, seiður, krabbi og fleiri onnur sløg av fiski eru í kørunum norðuri á Stongunum. Hetta nemur serliga áhugan hjá børnunum, men tey vaksnu dáma hetta eisini.

Kørini við fiskunum hava verið við á hvørjum Sjómannadegi og tað hevur riggað væl. Børnini hava hugnað sær kring kørini. Foreldrini hava havt trupult at fingið børnini til hús, eftir at tey hava fingið eygað á fiskarnar í kørunum.


NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013

FØROYA SJÓMANNADAGUR Í SAMSTARVI VIÐ EIK OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU

11

TOGTOGAN MILLUM SKIPSMANNINGAR

Fyrr upp á dagin hava vit fingið at vita, hvør skipsmanning fiskar mest. Men hvat skip hevur sterkastu ella tyngstu menninar umborð? Tað fæst at vita til togtoganina millum skipsmanningarnar.

Danial Viðoy Togtoganin millum skipsmanningar býður til sveittabrot, háspenning, róp, reyðar skortar, stórar og lítlar menn og ein enda, har tað stendur nógv á, rættili-

ga nógv. Sera spennandi Sjómenn eru oftani treiskir, og tað er tað sum spælir inn, tá ið togtoganin er. Eingin

vil vera við undirlutan og tapa, og allir vilja geva sítt ítasta fyri síni manning. At tapa ímóti eini aðrari manning, kemur ikki upp á tal! Tá ið umleið tíggju menn,

við hesum hugsanarhátti ella hugburði, standa við hvør sín enda, ja, tá kunnu tit ætla, at nógv stendur á. So eru tað eisini teir ungu fríggjararnir, sum vilja vísa

fyri damunum, hvør dugur er í teimum. Góður vinningur Manningin, sum vinnur togtoganina, vinnur ein or-

dans vinning. Vinningur: Snarferð til Íslands við Norrønu fyri 12 mans frá SMYRIL-LINE. Kappingin byrjar kl. 14.00 leygardagin.

Vælkoyrandi 100’ára gamal motorur Á Sjómanndegnum verður eisini leitað eitt aftur í tíðina. Framsýning av gomlum bensin-motorum og gomlum páhangarum frá 1932 og fram til 50’ini verður inni í timburhandlinum hjá Borg. Hans Jørgin Nysted, sum stendur á odda fyri framsýningin og sum eisini hevur verið við til at savna allar hesar serstøku motorarnar,

Rennikapping á Føroya størsta aliringi Á Sjómannadegnum verður ein ”hættislig” renning á Føroya størsta aliringi. Runnið verður á sjálvum ringinum. Verður runnið ov harðliga og verður tað skumpað, er møguleiki fyri at detta á sjógv. Renningin verður leygardagin kl. 12.15. Teinurin er 160m. Aliringurin liggur á sjónum niðanfyri heilsølu-

na hjá Kjølbro og bátar fara at rógva inni í aliringinum. Eftir ætlan verður kappingin millum aliøkir í Føroyum. Aliringurin er 160 metrar í ummáli og 60 metur í diametur. Og av tí at ringurin er so mikið ’sverur’, ber væl til at renna/ganga á honum. Men ringurin er ikki ’sverari’ enn so, at tað ber

til at detta av honum. Tískil kann man siga, at talan verður um eina renning, ið ikki er heilt vandaleys; ein hættislig rennikapping á Føroya størsta aliringi. Tað er KJ-Hydraulik, sum stendur á odda fyri ringinum og sum eisini hevur gjørt hann.

sigur, at onkrir motorar eru heilt afturi frá tjúgunum. Allir rigga Hóast teir elstu motorarnir, sum tátta upp ímóti hundrað árum, rigga motorarnir. Tað kann ikki sigast annað enn, at motorarnir vóru væl bygdir fyrr; tí nakrir av motorunum, sum Hans Jørgin hevur, hava ligið í fjøru ella á havsins botni væl om-

anfyri tjúgu ár. - Tað boðar frá góðsku. Ongin ivi er um, at timburhandilin hjá Borg verður áhugaverdur at vitja á Sjómannadegnum. Framsýningin byrjar leygarmorgunin kl. 10.00 og endar klokkan 18.00 á kvøldi. Danial Viðoy


12

FØROYA SJÓMANNADAGUR Í SAMSTARVI VIÐ EIK OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU

NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013

Stállínuskipini løgdu lunnar undir vælferðarsamfelagið Fyrsta bókin í søguni um stállínuskipini, sum Sigmar Bláberg hevur skrivað, verður alment løgd fram í Klaksvík mikudagin. Talan er um eina langa søgu, sum í veruleikanum ikki er endað enn, tí fleiri av stállínuskipunum sum vóru millum tey fyrstu í flotanum, eru framvegis í vinnu. Søgan byrjar í 1955, tá polittisk stig verða tikin, so Realkredittstovnurin verður stovnaður. Tey stigini vórðu tikin, tí fiskiflotin var so niðurslitin, at eingin vildi sigla við skipunum longur. Og tí leitaðu føroyskir fiskimenn sær í Hanus Hammer av Eiði var kokkur við ”Vesturhavinum stórum tali í onnur lond. Søgan um stállínuskipi- Blíða” alt árið 1958. ni byrjar í 1956, tí í februar ta árið, gjørdi felagið Blíða”, sum kom til Føroya D.P.Højgaards Eftf. á Toft- stutt fyri jól í 1956, og fór í um sáttmála við norska vinnu fyrst í 1957. Síðani gjørdu fleiri onnur skipasmiðju um at byggja fyrsta línuskipið úr stáli. feløg og einstaklingar sáttTalan var um ”Vesturhavið málar um línuskip úr stáli,

og næstu árini øktist flotin við so nógvum skipum, sum ikki er sætt síðani. Fyrsta bókin snýr seg um tíðina frá byrjan. Eitt søguligt yvirlit lýsir gongdina, og í stuttum verður greitt frá um feløgini/einstaklingarnar sum settu sær fyri at byggja línuskip. Samrøður eru við fleiri mans, sum vóru við frá byrjan, og sum løgdu nógv fyri, fyri at sleppa uppí part. Teir eru samdir um, at tað var einasta gongda leiðin, tí einki annað var at gera, enn at fara til skips. Ein av monnunum sum tíðliga royndi seg við línuskipi er Hanus Hammer á Eiði. Hann var kokkur við ”Vesturhavinum Blíða”

hvønn túr í 1958, og greiðir frá sínum royndum: Hann fór umborð á ”Vesturhavið Blíða” triðja jóladag í 1957, tá skipið fór á ísfiskaveiðu. Og hann minnist, at hann bert var heima eina nátt í teir fýra ísfiskatúrarnar, sum teir vóru. ”Vit fiskaðu bara undir Føroyum. Tann fyrsta túrin fiskaðu vit bert í seks dagar, so høvdu vit fingið uppí. Vit royndu vestan fyri Suðuroynna, men ein maður gjørdist sjúkur, og vit noyddust til lands. Tá var Lynfrost komið, so øll útgerðin og egndu stamparnir vórðu settir í frystigoymsluna har, meðan vit fóru niður at selja. Tað var tann besti ísfiskatúrurin, sum vit gjørdu. Eg havi so mangan hug-

sað um tað, at eg fyri teir 8 túrarnar við ”Vesturhavinum Blíða”, tjenti einar 20.000 kr. Men tann fyrsti ísfiskatúrurin gav fjórðingin av samlaðu inntøkuni, ella umleið 5.000 kr. Eg minnist at Jákup Andrias einaferð tosaði við Júst í Túni, skipara á ”Bresti”, meðan vit lógu á Bankanum og teir vestur úr Mykinesi. Tá segði Júst, at væl av fiski var at fáa, men tað gekk ikki nóg væl

at egna, so teir settu ikki nóg nógva línu. Tá svaraði Jákup Andrias, at tað er tað rætta, at seta lítið av línu og fáa nógv. So hann var eisini skemtingarsamur. Tá nýttu skipini vanliga hundrað og nakrar og tredivu stampar, men hvør stampur var ikki meir enn hálvtriðja stykki (eitt stykki er 60 favnar). Umborð á ”Vesturhavinum Blíða” høvdu vit tætthúkaða línu, einar 200 húkar á hvørjum stampi.

10.000 KR FRÁ K JØLUR TIL VINNARIN AV FM Í EGNING Kjølur hevur øll árini latið stóra vinningin til egnikappingina, sum eru 10.000 krónur, umframt at stuðla í aðrar mátar. Kjølur er tískil vorðin ein hin týdningarmesti stuðulin seinnu árini.

Kjølur hevur annars nógv at bjóða fólki, kanska serliga sjómonnum. Kjølur er umboð fyri Mustad, ið hevur útgerð sum húkar, egningamaskinur og nógvum øðrum hesum líknandi. Eitt nú hevur Mustad ment eina nýggja egningamaskinu til smærri útróðrarbátar, sum er væl dámd. Ein nýggjur húkur frá Mustad er komin á marknaðin og hevur Kjølur selt nógvar av hesum seinnu mánaðirnar. Sølan av hesum gognur strúkandi. - Og vit hava frætt frá teimum, ið hava ognað sær hesar húkar, at teir eru sera góðir, fortelur Jákup Mik-

kelsen. - Teir eru sera einklir og tað stendst ikki nógv arbeiðið av teimum. Teir skulu sjáldan rættast upp og tað ger arbeiðið um borð á línubáti lættari og ikki minst skjótari, greiðir Jákup Mikkelsen frá. Kjølur hevur ikki bert útgerð til sjómenn, men nógvar aðrar hentar vørur. Kjølur er altíð eina vitjan verd. Meira fæst at vita á www.kjolur.fo. Danial Viðoy


NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013

FØROYA SJÓMANNADAGUR Í SAMSTARVI VIÐ EIK OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU

13

DEPLIN Í SK ÁL AVÍK

hevur nú tvífalda talið á kømrum

Depilin í Skálavík hevur síðstu mánaðirnar verið undir útbygging. Nýggj kamarslon er bygd, sum tvífaldar talið á hotelkømrum, úr 12 til 24 kømur, umframt at nýggj íbúð er gjørd. Tað er Bulur sum hevur staðið fyri timburpartinum umframt at lokalir undirveitarar á Sandoynni hava tikið sær av restini av arbeiðinum.

Útbyggingin betrar munandi um tænastuna sum Depilin kann bjóða okkara gestum framyvir, siga Heðin og Rúna Lamhauge, sum eru leiðslupar á Deplinum. Síðani Depilin var tikin í nýtslu í juni 2011 hevur stórur vøkstur verið í talinum av teimum vitjandi; bæði frá ferðafólki og frá størri bólkum. Ferðafólkini hava í stóran mun verið føroyskar familjur, sum hava valt at koma

til tann familjuvinarliga Depilin í Skálavík. Okkara tilboð til føroysku familjuna eru mong og fjølbroytt, og er tað okkara endamál, at familjan skal føla seg heima hjá okkum og hava tað hugnaligt. Og ikki minst skal tað verða stuttligt og minniligt hjá børnunum at verða her siga Heðin og Rúna. Teir størri bólkarnir sum hava vitja Depilin hava higartil verið vinnufyritøkur,

stovnar, familjur og bólkar frá kirkjum og samkomum í Føroyum. Depilin hevur góðar og nútímans umstøður at hýsa slíkum bólkum, sum hava tørv á eitt nú starvsfólkadøgum, fundarvirksemi ella veitslum. Nú ið Depilin hevur økt munandi um talið á kømrum, kunnu vit hýsa munandi størri tal av gestum. Serliga síggja vit at stórur fyrimunur verður hjá teimum størri bólkunum, sum

vitja Depilin. Har kunnu vit so nú bjóða 24 kømur, har flest øll kømrini hava dupultsengur, men eisini møguleika til 2 eyka sengur á hvørjum kamari. Samanlagt kunnu 96 fólk sova á Deplinum. Vit hava síðani Depilin lat upp og til í dag fingið sera góðar afturmeldingar frá okkara vitjandi gestum. Hetta eru vit sera takksom fyri og vilja vit takka øllum teimum sum higartil hava

vitja Depilin. Hetta gevur okkum áræði at víðarimenna tænasturnar á Deplinum, soleiðis at okkara gestir altíð skulu føla seg at fáa eina so góða tænastu sum gjørligt. Við útbyggingini síggja vit nú fram til at bjóða enn betri og størri karmar við sama endamálinum sum Depilin hevur havt síðani byrjan, sum er ”at veita styrki og íblástur til alt menniskjað”, siga le-

iðsluparið Rùna og Heðin Lamhauge at enda. Tað er Immanuel Grunnurin sum var stovnaður við gávu frá Eiler og Beintu Háberg Jacobsen, sum eigur Depilin í Skálavík. Sí eisini lýsing í blaðnum.


14

FØROYA SJÓMANNADAGUR Í SAMSTARVI VIÐ EIK OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU

NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013

K VINNAN Á BRÚNNI

Malena Sivertsen úr Norðdepli hevur roynt sjólívið í fleiri ár

Malena Sivertsen úr Norðdepli hevur í fleiri ár starvast sum stýrimaður og ofta sum einsamøll kvinna umborð á ymiskum skipum. – Tað venur man seg við, sigur hon, sum í løtuni starvast í oljuvinnuni í Noreg. Jákup Ósá Malena Sivertsen starvast í løtuni sum stýrimaður hjá skipinum North Sea Giant. North Sea Giant er frálands veitingarskip í oljuvinnuni í Noreg. Skipið er 161 metrar langt og 30 metrar langt. Tað er ikki so øgiliga vanligt, at kvinnur eru á sjónum í 2013, men fleiri dømir finnast tó. Byrjaði við Næraberg Malena sigur, at hon altíð hevur havt áhuga fyri sjólívinum. Í 2000 kom Næraberg til Føroyar at fiska svartkjaft, og har sluppu konufólk við. - Í 2000 fór eg við Næraberg, men áðrenn tað hevði eg arbeitt fisk í bæði Íslandi og Føroyum. Men tað var í 2000, at mín lívsleið á sjónum byrjaði. Næraberg var tá einasti møguleiki hjá konufólkum at royna seg á sjónum. Eg minnist, at fyrsta túrin vóru 5-6 konufólk umborð. Har kann eg nevna Anju Petersen, Barbaru Biskopstø og Marit Mikkelsen. Mær dámdi væl, men eg var rættuliga ring í sjóverki fyrstu tíðina. Annars riggaði tað væl og konufólkini stóðu einki aftanfyri viðv. arbeiði í fa-

Her síggja vit North Sea Giant, har Malena er stýrimaður umborð.

brikkini, har allar stóðu við maskinurnar fyrstu tíðina. Seinni blivu fleiri fluttar til onnur pláss umborð og onkur bleiv t.d. formaður í fabrikkini. Vit høvdu ikki roynt nakað annað, men mannfólkini søgdu, at tað bleiv ein annars stemningur umborð enn vanligt

er umborð á fiskiskipum, sigur Malena. Bleiv skipsførari Malena var við Næraberg í eina tíð, men velur í 2001 at fara í skúla. - Í oktober í 2001 byrjaði eg uppá skiparaútbúgvingina. Í 2004 var eg so útbúg-

vin skipsførari. Í flokkinum vóru bara mannfólk, men tað haldi eg ikki var nakar trupulleiki, og eg vandi meg við tað. Skiparaútbúgvingin er ikki ein útbúgving, sum konufólk skulu ræðast yvirhøvur. Ert tú t.d. væl fyri innan rokning, so er tað eingin trupulleiki,

heldur hon. Eftir lokna útbúgving fer Malena at sigla farmasigling við Magn sum dekkari. Hetta fyri at fáa neyðugu siglingstíðina fyri at fáa vinnubræv. Í 2006 byrjaði hon at starvast umborð á Dúgvuni, ið tá sigldi sínar seinastu mánaðir um

Leirvíksfjørð, sum fyrsti kvinnuligi stýrimaður hjá Strandferðsluni nakrantíð. Seinni sigldi hon við Teistanum í eina tíð. Í 2006 fer hon at sigla við konteynaraskipi hjá Maersk. Í 2008 eru boð eftir Malenu sum undirvísari. - Í 2008 bleiv eg biðin


NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013 FØROYA SJÓMANNADAGUR Í SAMSTARVI VIÐ EIK OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU Her síggja vit Malenu uttanfyri hennar hús í Norðdepli. Húsini vóru tey níggjundi í bygdini.

um at koma at undirvísa á Trygdarmiðstøðini og valdi at taka av, tí eg helt tað vera spennandi. Meiningin var at vera har í 1 ár, men tað bleiv nakað longri. Spennandi uppgávur Í dag arbeiðir Malena sum stýrimaður við North Sea Giant, sum er norskt veitingarskip í oljuvinnuni. Malena sigur, at uppgávurnar hjá skipinum fyrst og fremst eru at gera ymiskar verkætlanir á botninum í sjónum. - Vit eru nærum bara í norðsjónum. Vit fáa ymiskar verkætlanir at gera og fyri tað mesta er tað arbeiðið á botninum, sum vit fáa. Tað kann t.d. at leggja kaplar út og t.d. at grava ymiskt í botninum. Umborð eru vanliga 100 fólk, har vit ganga í 12-12 vaktum. Mín dagligdagur á brúnni varðar fyrst í 6 tímar, áðrenn man fær matarsteðg í hálvan tíma fyri síðani at arbeiða restina av vaktini. Á brúnni skulu altíð tveir stýrimenn vera, tá arbeiðið er. T.d. tá vit liggja “DP”, sum vit kalla tað. “DP” er ein telduskipan sum ger, at skipið liggur har, sum tað skal. Tá er annar av stýrimonnunum bundin av hesi skipanini, meðan hin ger annað arbeiði, har tað serliga er pappír arbeiði, sum fyllir nógv, sigur Malena um dagligu arbeiðið umborð.

Hon sigur, at skipanin umborð er tann, at hvør einstakur er 4 vikur umborð og 4 vikur heima. Framtíðin Malena siglir í løtuni hjá norska reiðarínum North Sea Shipping, har hon hevur verið í eitt gott ár. Síðani 2011 hevur Malena verið partur av oljuvinnuni, og tað er hetta, ið henni dámar best. - Tað eru fáir møguleikar í Føroyum fyri spennandi arbeiðum og góðum skipanum. Hetta sum eg geri nú dámar mær sera væl, og reiðaríið fær nýtt skip um eitt ár. Tí skipinum skal eg møguliga verða partur av og tað er altíð spennandi at verða partur av verkætlanum við nýggjum skipum, tí tað havi eg roynt fyrr. Tað krevur nógv og er læruríkt. Sjálvandi saknar man nakað av tí sosiala føroyska lívinum, men umborð hjá okkum eru 6 føroyingar og vit tosa altíð saman í eitt nú kaffi steðginum. Tá er tað bara prát um føroysk viðurskifti og annars hava vit gott internet samband, har eg t.d. lesi Norðlýsið og aðrar portalar hvønn dag umframt, at vit hava fría telefon umborð. So møguleikarnir fyri at fylgja við, hvat fyriferst heima, eru góðir, sigur Malena Sivertsen at enda.

15


16

FØROYA SJÓMANNADAGUR Í SAMSTARVI VIÐ EIK OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU

NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013


NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013

FØROYA SJÓMANNADAGUR Í SAMSTARVI VIÐ EIK OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU

17


18

FØROYA SJÓMANNADAGUR Í SAMSTARVI VIÐ EIK OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU

NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013


NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013

FØROYA SJÓMANNADAGUR Í SAMSTARVI VIÐ EIK OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU

19


20

FØROYA SJÓMANNADAGUR Í SAMSTARVI VIÐ EIK OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU

NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013


NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013

FØROYA SJÓMANNADAGUR Í SAMSTARVI VIÐ EIK OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU

21


22

FØROYA SJÓMANNADAGUR Í SAMSTARVI VIÐ EIK OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU

NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013


NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013

FØROYA SJÓMANNADAGUR Í SAMSTARVI VIÐ EIK OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU

23

SO KOYRIR SUDOKUK APPINGIN AFTUR

Vinningarnir eru stórir hesaferð, sum sæst aðrastaðni. Beint áðrenn summarsteðgin handaðu vit vinningar til heppnu vinnararnar.

Ipad-in frá Nema vann Dorthea Holm Stórhamar, í Húsgarði 13, Trongisvági. Vit handaðu henni Ipad-in á Tvøroyri. Webergrillina frá KBI vann Edith Kambsenni, Heygavegur 25, Klaksvík. Edith fekk gasgrillina handaða av Kathrina Klakk frá KBI.

Gávukortið frá Inn uppá 1500 kr. Vann Hanna Hansen, Uppsalagøtu, Klaksvík. Tað var Tanja Petersen, stjóri á Inn, ið handaði gávukortið til Honnu. Sudokukappungin, sum nú byrjar, koyrir fram til jóla, og seinasta freist at senda loystar uppgávur inn til okkara, er mánadagin 16. De-

sember kl 15.00. Sum vanligt, trekkja vit lut um ein kassa av Føroya Bjór hvønn mánaða og 16. Desember verður trekt um uppihaldið á Deplinum í Skálavík fyri tvey vaksin og tvey børn, ein 1 pad frá Nema, eina Webergrill frá KBI, gávukort á 1500 krónur frá INN og ein kassa av sodavatn frá Føroya Bjór. Fyri at vera við í kap-

pingini, er neyðugt at tú loysir Sudokuuppgávurnar í blaðnum, og sendir tær inn til okkara. Innsendu uppgávurnar skulu vera kliptar úr blaðnum. Kopi, faks og teldupostar kunnu ikki nýtast, tað skal vera utkilipp úr Norðlýsinum. Allar Sudokuuppgávurnar, sum vera sendar inn frá nú av og til 16. Desember vera við í kappingini. Men

tað loysir seg at senda inn til okkara hvønn mánað, tí tá hevur tú møguleika fyri at vinna ein kassa av sodavatni frá Føroya Bjór , sum vit trekkja um hvønn mánaða frá nú av og til jóla, fyrstu ferð 2. September. Loys Sudokuuppgávurnar í Norðlýsinum, og tú hevur møguleikan fyri góðum vinningum.


24

FØROYA SJÓMANNADAGUR Í SAMSTARVI VIÐ EIK OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU

NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013

Føroya Sjómannadagur:

STÓRUR K JAKFUNDUR UM FISKIVINNUPOLITIKKIN Í SKÚL ANUM VIÐ ÓSÁNNA

Hóskvøldið 15. august kl. 19 fara Dr. Bjørn Kunoy (løgfrøðingur í Uttanríkistænastuni) og Hans Elllefsen, PhD í búskapi at greiða frá “Ósemjur um býti av ferðandi fiskastovnum: Altjóðarættarlig atlit” og “Betri millumtjóða avtalur við spæliteori”

Síðani verður eitt pallborð mannað av Kaj Leo Holm Jóhannesen, løgmanni, Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, Pól Huus Sólstein, stjóri í North Pelagic, Bjørn Kunoy, uttanríkistænastan og Hans Ellefesen, PhD í búskapi.

Kjakast verður um makrel- og sildastríði millum Føroyar, Ísland, Norra og ES og høvi verður at seta spurningar úr salinum. Skrá fyri fundin FRAMLØGA 15-20 min. Dr. Bjørn Kunoy, løgfrøðiligur ráðgevi í Uttanríkistænastuni

“Ósemjur um býti av ferðandi fiskastovnum: Altjóðarættarlig atlit” FRAMLØGA 15 – 20 min. Hans Ellefesen, PhD í búskapi Betri millumtjóða avtalur við spæliteori Hann vardi fyri kortum

PhD ritgerða á Sydansk Universitet “Essays on Strategic Management of Shared Fish Stocks Applied to the Pelagic Complex in the North East Atlantic”, har hugt var at avtalunum um pelagiskan fisk í Norðuratlantshavi, serliga um sild, makrel og svartkjaft. Fokusið í ritgerðini er at hyggja

100 ár síðani syrgiliga bátsvanlukku

Á Tollaksmessu í ár eru 100 ár liðin síðani bátsvanlukkurnar við bátum av Kunoy, Skarði, úr Norðdepli og Svínoy. Í hesum sambandi verður fyrilestur við Andras Sólstein á deildini hjá Eik í Klaksvík týsdagin 13.

august.

Andras Sólstein er søgufrøðingur á Norðoya Fornminnisavni og er m.a. serfrøðingur í hesi syrgiligu bátsvanlukkum fyri 100 árum síðani. Andras Sólstein fer at

greiða frá øllum bátunum, sum fóru Tollaksmessudag. Umframt hesar bátarnar, verður eisini nortið við Svínoyarbátin, sum fórst tíggju dagar framman undan. Hann fórst 10. desember. Tað er ikki at taka seg

aftur í at evni er áhugavert, hóast tað var ein sorgarbundin tilburður, sum rakti nógvar familjur. – Nógv verður at fáa at vita og tað verður til taks týsdagin 13. august í Eik. Danial Viðoy

at stabilitetinum av avtalunum, hvussu avtalur kunna gerast, ið halda yvir tíð. Panelborð: Kaj Leo Jóhannesen, Løgmaður Jacob Vestergaard, Landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Sjúrður Skaale,

Fólkatingslimur Pól Huus Sólstein, stjóri í NorthPelagic Bjørn Kunoy, uttanríkistænastan Hans Ellefesen, PhD


NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013

FØROYA SJÓMANNADAGUR Í SAMSTARVI VIÐ EIK OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU

25

TEIR VIRÐA RÍK SØGULIG VIRÐI

Menn umborð á gomlu sluppunum ella seglskipunum gera sítt ítasta fyri, at verja og viðlíkahalda skipini, sum settu skjøtil á fiskivinnu okkara – At halda slíkum skipum við líka, er ikki bert ein sjálvfylgja, ella nakað lætt arbeiðið; tað skal rættiliga nógv til, bæði við peningi og arbeiði, sigur Hans Eli Hansen, útgerðarmaðurin hjá Draganum Danial Viðoy Hans Eli Hansen, sum stendur á odda fyri Draganum, sigur, at tað skal rættiliga nógv arbeiðið til, nógv tíð til og nógvir pengar til, at viðlíkahalda eitt so gamalt skip. At tað koma fýra sluppir, helst tíggju útróðrarbátar og nakrir gamlir motorbátar siglandi inn eftir Vágni til stóra morgunmatarborðið á Sjómannadegnum, er ikki nøkur sjálvfylgja, men skip og bátar við drúgvum arbeiði aftanfyri. Virðið á hesum gomlu ‘dangunum’ er stórt. Stutt um sluppirnar og týdning teirra Eftir at bátsbandið varð avtikið í 1865, fingu vinnufrælsishugsjónir betri livikor. Fiskiveiðan øktist munandi, og sjey ár eftir avtøkuna kom fyrsta sluppin til Føroya, sluppin Fox, ið veruliga fekk glið á fiskivinnuna. Sluppin varð so statt byrjanin til eina broyting, ið var við til at menna føroyska samfelagið til eitt fiskivinnusamfelag. Um aldaskiftið 1900 tók sluppfiskatíðin dik á seg, og av hesum stóðust arbeiði á sjógvi og á landi. Áðrenn rembingartíðina vóru flestu húski so at siga bundin at bóndagørðunum, men rembingin bar við sær, at vit fingu eina øðrvísi arbeiðsskipan við fiskimanni og fiskagentu, ið gjørdust bundin at útgerðarmanni

og reiðara. Slupptíðin og hartil sluppirnar hildu til umleið seinna veraldarbardaga, tá ið fiskiveiðan í Føroyum var eitt sindur sløk og ikki heilt vandaleys, orsakað av krígnum. Men eftir kríggið yvirtóku motorbátarnir, ella trolararnir fiskivinnuna, og sluppirnar fækkaðust. Vit kundu næstan sagt, at sluppirnar so smátt vórðu gloymdar í marglætinum hjá trolararunum. – Men Hans Eli Hansen og aðrir, sum hava skaffað sær eina gamla slupp og síðani gjørt hesar aftur, hava ikki gloymt sluppirnar, ið veruliga eiga rík søgulig virði. Tær fingu glið á fiskivinnuna, sum vit í roynd og veru liva av í dag. – Tær fáu sluppirnar, sum eru eftir, skulu ikki vanvirðast, heldur Hans Eli Hansen. Dragin Dragin, sum í mun til aðrar sluppir er nokkso nýggjur, er frá 1945. Síðani 1945 er nógv gjørt við Dragan, sum í dag virkar sum eitt skúlaskip og partvíst siglir við ferðafólki. Eftir at Dragin hevði ferðast av nógvum hondum, keypti Hans Eli Hansen Dragan í 1991, sum tá ikki var í serliga góðum standi. Í 1994 var Dragin settur í ein grunn, sum kallast “Dragin – KG 212”. Eftir hetta var veruligur

skjøtil settur á, umvælingina av Draganum. Í tíggju ár stríddust einir átta menn og tíðum fleiri, at umvæla Dragan til eitt seglskip. – Allir menninir gjørdu arbeiðið ókeypis, hóast tað kostaði nógva tíð. Tað var lagt nógv í arbeiðið við Draganum, sum nú er tryggjaður fyri 5 milliónir. Umbyggingin var liðug á sumri í 2003 og úrslitið gjørdist snøgga skúlaskipið Dragin, sum hevur verið til gagns fyri nógvar skúlanæmingar og nógv ferðafólk. Aðrar sluppir Fleiri sluppir ella seglskip enn Dragin eru, og hesi skip eru gomul. Sambært skipalistanum er Jóhanna TG 326 frá 1884, Westward Ho TN 54 frá 1884, Norðlýsið TN 24 frá 1945, Fram TN 2 frá 1921. Hesi skip, á sama hátt sum Dragin, eiga nógv arbeiðið aftanfyri seg. Eftir at sluppirnar mistu heitið sum fiskifør og av teirri grund vórðu lagdar, vórðu tað fleiri sluppir, sum vórðu søktar. Tíanbetur eru tað nakrar eftir, sum nú eru ein virðismikil mynd uppá byrjanina av fiskivinnu okkara. Takka veri teimum, sum góvu sær tíð og orku til at gera tær gomlu dangurnar aftur. Ikki kann sigast annað, enn at teir virða rík søgilig virði. Leygarmorgunin kl. 09.00 á Sjómannadegnum

fara føroysku seglskipini at hittast á Pollinum og at seta segl, saman við øðrum gomlum føroyskum bátum

við árum og seglum. Seglskipini koma á Klaksvík at liggja við bryggju á Stongunum.


26

FØROYA SJÓMANNADAGUR Í SAMSTARVI VIÐ EIK OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU

NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013

Mikukvøldið í síðstu viku fór Karl Jakob við Christian í Grótinum, har hann her er avmyndaður.

EGNDI V IÐ HOND Á FLEM

Karl Jakob Ósá Eliasen er ein av teimum, sum hevur roynt lívið á Flemish Kap fyrst í 1990’unum. Túrarnir vardu í 5 mánaðir, har teir egndu við hond í vaktum uppá 12 tímar. Jákup Ósá Karl Jakob Ósá Eliasen er 39 ára gamal. Hann hevur altíð havt eitt tætt tilknýti til sjógvin og hevur verið sjómaður í umleið 25 ár. Líka síðani 1988 hevur hann verið sjómaður burturav burtursæð frá 1998 og 1999, tá hann gekk í skiparaskúla. Men áðrenn 1988 hevði hann eisini havt samband við sjógvin og fiskiskap, tá hann longu sum 6 ára gamal byrjaði at egna, og á sumri í 1987 fór hann til skips í summarferiuni sum 12 ára gamal við Jógvan S, har pápi hansara Petur Eliasen var skipari. Man skuldi hava undantaksloyvið fyri at sleppa til skips, um ein ikki var 15 ár, sum mynd 1 vísir, har landstýrið sambært løgtingslóg gav loyvið til fólk at mynstra sum maður hóast ov ungan aldur. Norðlýsið setti Karl Jakob Ósá Eliasen stevnu til sjómannablaðið og er tað serliga tíðin á Flemish Kap, ið vit fara at koma inná her.

Gavst eftir 7.flokk Tað var ikki so óvanligt fyrr, at menn góvust tíðliga í skúlanum fyri at fara til skips. Karl Jakob var ein av hesum, men hendan gongdin við at fara úr skúlanum og til skips var við at steðga í 1988. - Eg var uppií teimum síðstu, sum bara gingu 7 ár í skúla. Eyðstein Sørensen, ið nú er skipari við Aja Aaju var m.a. eisini ein, sum gavst tá. Eg var uppvaksin við at hava tætt tilknýtið til sjógvin og egndi m.a. nógv frammanundan eg fór til skips. At eg so hevði roynt onkran einstakan túr í summarferium frammanundan gjørdi tað eisini lættari. Men eg gavst eitt sindur knappliga, tí tveir mánaðir vóru farnir av 8.flokki, áðrenn eg gavst. Eg kom heim eitt kvøldið eftir at hava verið úti og spælt, tá mamma og babba sótu saman og spurdu meg, um eg hevði hug at gevast í skúlanum. Tí tey sóu, at tað nyttaði ikki hjá mær at

blíva við at ganga í skúla. Og tey sluppu frá at spyrja meg tvær ferðir, sigur Karl Jakob við einum smíli og greiðir víðari frá: - Dagin eftir fór eg í skúlan við øllum bókunum og hetta var 12. desember, ið stendur klárt fyri mær. Eg fór niðan við bókunum kl. 13 og fór avstað við Kvikk kl. 14, har Hans Oluf Johannesen sáli var skipari. Tá er Kvikk ísfiska bátur. Seinni fór eg so við øðrum línubátum, sigur hann. Royndi seg á Flemish Kap Karl Jakob er ein av teimum, ið royndi lívið á Flemish Kap, har túrarnir vóru 4-5 mánaðir. Línubátarnir framleiddu saltfisk umborð. Karl Jakob var fyrst við Sigurfarinum í 1990 og seinni við Borðoyarnes í 1993. - Tíðin á Flemish Kap er tann minniligasta tíðin hjá mær á sjónum. Man visti, at man skuldi avstað og bleiv burtur í 5 mánaðir við hesum saltfiska bátum. Bátarnir tóku um 340-

360 tons av saltfiski, men vanliga vóru teir ongantíð fullir, so tað hevur ikki verið nógvur fiskur tá. 320 tons var tað mesta vit fingu hesa tíðina. Bátarnir vóru vanliga tveir túrar um árið. Man fór avstað í februar og kom aftur í juli. Og so avstað í august og heim aftur til jólar. Í 1990 vóru vit t.d. ein túr uppá 5 mánaðir og ein túr uppá 4 mánaðir, har vit fingu 320 tons báðar túrarnar. So tað vóru annarleiðis fiskitøl tá enn tað eru á Flemish Kap í ár t.d. Tá fiskiskapurin var góður, so kláraðu vit at arbeiða eini 15-20 tons av saltfiski ein dag. Tað hevði staðið á við fleking og salting í lastini. Alt var jú gjørt við hond, tí maskinur vóru ikki umborð. Við Sigurfarinum høvdu vit egningarmaskinu og vóru 23 mans við, meðan vit við Borðoyarnes vóru 27 mans, tí vit egndu við hond. Vaktirnar vóru 12-6, har ein skaffisteðgirnir fóru av frívaktini. Tú bleiv vaktur kl. 12 og fekk frívakt kl.

01.00 og so vaktur aftur kl. 06.00 um náttina í mínum føri. Vanliga vóru vit 6 tímar á dekkinum og 6 tímar í skúrinum. Men teir í lastini og teir sum flaktu vóru fast bara har og skiftu ikki gjøgnum vaktirnar. Tá nógvur fiskur var, høvdu teir nokk eisini tað strævnasta lívið, sigur hann. Egndu við hond Umborð á saltfiska línubátinum Borðoyarnes, har Karl Jakob fór við í 1994, bleiv egnt við hond. - Eg fór frá Sigurfarinum og til Borðoyarnes bara fyri at sleppa at royna lívið við at egna við hond. Tá eg kom heim við Sigurfarinum í 1992 var eg sloppin inn á sjóvinnuskúla. Skúlan byrjaði eg uppá í 1993. Men so frætti eg, at Borðoyarnes skuldi avstað og onkrir av vinmonnunum hjá mær fóru við. M.a. Kári Jacobsen. Hann var sloppin við og spurdi meg, um eg ikki fór við. So ringdi eg til Mortan um at sleppa við.

Hann visti, at eg var farin í skúla, men eg segði, at eg vildi gjarna prøva hetta við at egna við hond. So ringdi hann aftur eina løtu aftaná og segði, at eg var sloppin við. Eg minnist, at eg ringdi til Poul Jan Niclassen og segði, at eg var sloppin við Borðoyarnes. Tá vildi hann eisini sleppa við og ringdi, men hann slapp ikki við tá, men kom við árið eftir av somu orsøkum, at hann vildi sleppa at prøva at vera við, har egnt bleiv við hond. Einasti møguleiki í Føroyum tá fyri at fara við skipi, ið egndi við hond, var Borðoyarnes. Allir hinir bátarnir vóru farnir til egningarmaskinur. Eg trúgvi tað var ein fíggjarspurningur, ið gjørdi tað. Kanska eisini tí, at tað fiskaði minst líka gott og til tíðir betri enn við egningarmaskinu, sigur 39 ára gamli klaksvíkingurin. 20-25 minuttir uppá stampin Nú teir egndu ein heilan túr


NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013

FØROYA SJÓMANNADAGUR Í SAMSTARVI VIÐ EIK OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU

27

MISH K A P Í 5 M Á N AÐIR Tveir av manningini á Sigurfarinum í 1991: Dávur Hvidbro og Óli Johannesen.

Mynd 1: Hetta er loyvið frá Landsstýrinum uppá at Karl Jakob kundi mynstra sum maður. uppá 4-5 mánaðir, so blivu nógvir av monnunum væl vandir og egndu skjótt. - Ein plagdi at siga, at tú skuldi egna ein stamp pr. trý korter. Stamparnir vóru 200 húkar. Teir væl vandu egnararnir egndu ein stamp uppá 20-25 minuttir. Av teimum skjótu egnarunum kann eg nevna Bjørgvin Winther (Frá Skopun), Høgni Vest, Bárður Lydersen og so haldi eg meg sjálvan eisini hava klárað at fylgt við teimum bestu. Tað vóru 8 egnarar í skúrinum

alt døgnið. Tú átti tískil 8.hvønn stamp, ið bleiv drigin, og vart tú ikki liðugur at egna tín egna stamp, tá tann næsti kom, so mátti ein standa inn í frívaktina og egna. Tað kundi koma fyri hjá nýbyrjarum og um tú t.d. fekst fløkju stampar. Hinvegin kundu teir sum egndu skjótt sova eitt sindur inn í vaktina hjá sær. Teir róptu tað fyri at “lúra av”. So egndu teir við fullari ferð og komu upp undan aftur áðrenn teir fingu frívakt. Annars kann hetta

Her síggja vit 6 ára gomlu Karin, ið er dóttur Karl Jakob. Hon er í fyrstu troyggjuni sum Karl Jakob egndi í sum 6 ára gamal í 1980.

lívið í skúrunum umborð samanberast við at egna á stongunum. Bara við skitnum og tvitnum monnum, sum høvdu tað stuttligt og skiftust um at gera hvørjum øðrum fortreð. Tað var bara ungt fólk við Borðoyarnes um hesa tíðina. Av teimum 27 monnunum vóru 16-17 mans, sum vóru 18 ár ella yngri. Umleið 2/3 av manningini kom úr norðoyggjum, greiðir Karl Jakob frá. Flemish Kap var “inn”

Karl Jakob greiðir frá, at hann fekk um endan á tíðini, har tað var “inn” at fara á Flemish Kap við saltfiska línubátunum. - Hatta var um endan av tíðini, har tað var “inn” at fara á Flemish Kap við hesum saltfiska línubátunum. Tað var byrja at blíva “inn” at fara í Barentshavið við trolarunum, men har sluppu ikki allir við. Og so vóru tað “typir”, sum høvdu egnt nógv heima hjá útróðrabátunum. Teir vildu royna hetta lívið um-

borð. Summir vóru bara ein túr og vildu bara royna tað, meðan aðrir royndu tað tí aðrir gjørdu tað sama. Inntøkan var ikki góð hesi síðstu árini. Tað var ikki tí man gjørdi tað. Í 1993 var tað minstaløn við Borðoyarnes. Hetta var eini 18-20.000 krónur um mánaðin. Við Sigurfarinum var inntøkan góð í 1990, tá eg haldi við tjentu 320.000 krónur, sum var ein tann besta inntøkan í Føroyum tað árið. Tað var líka trolararnir í Barentshavinum,

sum tjena meira. Skipari umborð á Sigurfarinum var Petur Gilbert Gullaksen. Við Borðoyarnes var Mortan Olsen fyrst skipari og síðani sami Petur Gilbert Gullaksen, sigur sjómaðurin, sum heilt týðuliga í samrøðuni sær aftur á hesa tíðina við gleði. Ofta hava vit hoyrt søgur um, tá saltfiska línubátarnir vóru heima og hvussu rokaligt tað var í Klaksvík ta tíðina. - Vanliga var man heima í umleið ein mánað. Eg var


28

FØROYA SJÓMANNADAGUR Í SAMSTARVI VIÐ EIK OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU

NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013

Her eru vit mitt á túri í 1993. Borðoyarnes er farin til Sigurfari eftir posti.

Her standa teir í skúrinum og egna umborð á Borðoyarnes í 1993. Fremst er Óla Hans Johannesen og næstur er Jógvan Kristin Olsen

Her gongur arbeiðið umborð á dekkinum á Borðoyarnes. Vit síggja m.a. frá vinstru: Karl Jakob Ósa Eliassen, Ingvi Ragnarsson sáli og Høgni Vest so ungur hasa tíðina, so eg var ikki so buldrasligur sum onkrir aðrir. Hjá okkum var tað mest býar lív í vikuskiftunum. Men har vóru aðrir menn við - kanska serliga teir eldru - sum næstan ikki vistu, at teir høvdu verið heima, tá teir fóru avstað aftur, sigur fyrrverandi línumaðurin við einum týðiligum smíli. Hann heldur seg minnast, at tað var meira í 1980’unum, at hesir línubátarnir - tá eisini vóru fleiri - settu sín dám á Klaksvík, tá teir vóru heima. Allir komu aftur í senn og tað bleiv næstan sum ein nýggjur býður. Lítið reinføri Um hesa tíðina var reinføri ikki tað besta á teimum eldru skipunum í føroyska flotanum. Tað kann tí ikki samanberast við støðuna í dag. - Tað vóru tvær brúsir til 27 mans. Tað vanliga var nokk, at ein maður fór í brúsu 14.hvønn dag. Eg haldi ikki tað var komið har til, at ein fór í brúsu einaferð um vikuna. Møguliga summir gjørdu tað. Tað sama var við klæðunum, sum ikki blivu vaskaði serliga ofta. Har var bara ein vaskimaskina til 27 mans. Uppá sama máta mátti man spara vatn, so man kundi ikki bara vaska klæðir nær sum helst. Eg minnist at man javnan koyrdi buksur, sum vóru skitnar av salti og agni, í ein sekk og hongdi sekkin út á síðuna á bátinum, tá vit settu.

So eg vænti heldur ikki, at klæðini blivu skift fyrr enn 10-14. hvønn dag. Men hetta við reinførinum hugsaði eingin um. Tað var líka teir, ið vóru í brúsu tvær ella tríggjar ferðir á øllum túrinum, sum tað bleiv tosað um. Teir ringastu fóru fyrstu ferð í brúsu fyrstu ferð, vit fóru inn, sum var eftir 3 mánaðir. Meðan hjá mær sjálvum t.d. kom fyri, at eg ikki var í brúsu í ein mánað. Tíðirnar broytast Men vit eru eisini í einari broytingartíð hjá fiskimonnunum fyrst í 1990’unum - Eg veit ikki, um vit umborð á Sigurfarinum vóru teir fyrstu, ið fóru at ganga 6 tímar vaktir á heystið í 1991. Men eg valdi so at fara yvir aftur til 12-6 vaktir umborð á Borðoyarnes og at egna við hond. Man kann siga, at ein fór fleiri ár aftur í tíðina, men eg hugsaði ikki um tað tá. Arbeiðið fall mær nógv lættari at egna við hond í 12-6 skipanini, so løgið tað ljóðar. Tá tú egnir, so egnir tú sjálvur og eigur tínar stampar. Meðan man við egningarmaskinu var tengdur av einum makkara. At fara yvir til 6 tímar vaktir var stór broyting. Tað bleiv nógv betri lív. Man byrjaði uppá tað tí, at inntøkan var góð og fólkið var gott. Við at ganga 12-6 bleiv yvirskot av fólki nógvastaðni ,og tí lat tað seg gera. Samstundis minkaði fiskaríið og minni bleiv at gera av tí sama, sigur hann og leggur dent á,

at hann gjøgnum sjólívið hevur fingið nógvar vinmenn, sum hann enn tann dag í dag hevur tætt samband við. Hjá Karl Jakob broyttist sjólívið tó nógv í 1995. - Tíðirnar hjá mær innan umstøður broytast rættuliga nógv í 1995, tá eg fari við trolaranum Palla hjá Mariannu. Har arbeiða vit í 6 tímar vaktum og viðurskiftini til reinføri gerast betri. Í dag dámar mær best at vera við trolara. Men eg havi einki ímóti at fara onkran túr við línubátum. Línuarbeiðið hevur altíð virkað mær lætt. Serliga nú tey síðstu árini, tí viðurskiftini umborð á einum línubáti í dag eru heilt øðrvísi. Sjálvt arbeiðið er nógv lættari. Línan er nemmari at arbeiða og mesta arbeiðið á dekkinum er automatiskt. Men samanbera vit so við útróður, sum eg havi roynt eitt lítið sindur av, so eru tað arbeiði júst líka strævið í dag sum fyrr. Ein vanligan útróðrartúr uppá 20 tímar arbeiðir tú eini 16-17 tímar. Men útróðrarlívið havi eg ongantíð tíma og serliga ikki síðani, man fór umborð á teir stóru trolararnar. Tað hevur nokk nakað at gera við umstøðurnar. Tað er trongt, óarbeiðsligt, rullar illa og er strævið. Tað er ikki nógv eftir av útróðrarvinnuni, tí man fær ongan ungan persón til tað. Ein útróðramaður skal hava eina serliga “náttúru” og tað eru fáir eftir av teimum nú, sigur Karl Jakob, sum

fyrst royndi seg sum vanligur dekkari, men sum síðani 1996 sum oftast hevur verið antin 2.stýrimaður ella trolbassi umborð á bátunum, har hann hevur verið við. Krøvini Karl Jakob hevur siglt í umleið 25 ár og bæði krøv og endamál við at sigla eru rættuliga nógv broytt hjá einum sjómanni í dag. - Endamálið tá ein fór t.d. til Flemish Kap tá var fyrst og fremst at sleppa at royna tað lívið, og so kanska var inntøkan eisini ein orsøk. Men tá sá ein nakað stórt í at fara til Flemish Kap. Tað var har, at fyrimyndirnar hjá okkum vóru. Teir sum egndu skjótt og sum plagdu at koma at egna heima hjá útróðrarbátunum, tá teir ikki vóru burtur. Har kann eg t.d. nevna Ingva Ragnarsson sála, Jørgen Ragnarsson, Bethuel Johannesen, Líggjas Johannesen og Niels Kaj Hansen. Hatta vóru persónar, sum egndu skjótt og sum egndu heima millum túrarnir hjá teimum. Har tað í dag t.d. eru fótbóltsleikarar og filmstjørnur, sum eru fyrimyndir hjá teimum ungu, sigur hann og greiður víðari frá um støðuna nú: - Í 2013 eru onnur krøv hjá einum sjómanni. Inntøkan telur sjálvsagt nakað, men umstøðurnar eru nokk tað týdningarmiklasta hjá teimum flestu. Sjómaðurin krevur nógv meir í dag. T.d. at tvey mans kømur

eru umborð, har brúsur eru í kømrunum. Og so aðrar hølisumstøður og eisini at tað er parabol og internet umborð. Síðani dáma sjómonnum sera væl skipanir, har tú ert heima t.d. í tveir mánaðir og burtur í tveir mánaðir. Tað havi eg havt við grønlendska trolaranum Markus seinastu árini, har eg havi verið við. Har fingu vit ein kalendara fyri eitt heilt ár í senn, har tú visti, nær tú bleiv heima. Frítíðin hevur nógv meira at siga nú og hjá mær spælir tað eisini inn, at eg havi børn. Men hetta við at hava fasta skipan ber sjálvsagt ikki so væl til allastaðni og kanska serliga í fiskiskapinum Føroyum er trupult at tilrættisleggja langt fram í tíðina. Í Barentshavinum kundi tað riggað, men nú eru túrarnir so stuttir vegna góða fiskiskapin har, at tað er ikki brúk fyri tí beint nú, heldur hann. Framtíðin Tá vit spyrja um, hvussu framtíðin hjá sjófólki sær út, so er Karl Jakob avgjørdur um, at ein ávís hugburðsbroyting má til og er við at henda. - Tað fer at bera til at seta fólk við umborð á teimum betru skipunum, har umstøðurnar eru góðar og inntøkurnar eru á eini leið. Tað sær man í Klaksvík í dag. Her eru t.d. fleiri línubátar farnir, men kanska teir frægastu, sum vit eiga, eru eftir. Tí teir hava betri umstøður enn hinir. Men hesir mugu helst til at endurnýggja seg eisini fyri at fáa fólk at tíma støðast og tíma umborð. Har hugsi eg um umstøður um kømur, parabol, internet o.a., sum eg nevndi í áðni. Reiðaríini eru eisini farin at hugsa meira tann vegin, tí tey síggja at annars verður trupult at fáa fólk. Tí

um t.d. eitt skip liggur við síðuna av við hesum umstøðunum, so fara menn heldur umborð har. Um so inntøkan minkar eitt sindur, so leggja teir kanska minni í, tí teir hava tað betri umborð., sigur hann. Sjálvur hevur Karl Jakob ongar ætlanir um at leggja seg uppá land. - Eg havi sjálvur ongar ætlanir um at fara uppá land at arbeiða, so mín framtíð liggur á sjónum, sum eg síggi uppá tað nú. Eg veit ikki um man kann siga tað soleiðis, at man kann ikki brúkast til nakað annað. Eg skal ikki siga, at man kanska fer at royna okkurt annað okkurt einstakt ár. Eg havi siglt so nógv í mun til mín aldur, at mín framtíð liggur helst framvegis á sjónum. Tað besta við at vera sjómaður í dag er, at tú ert heima, so hevur tú frí og ert ikki bundin av nøkrum. Tá tú so ert burtur, so ert tú burtur á arbeiðsplássinum allatíðina. Á landi hevur man frí um kvøldarnar, men man skal framvegis arbeiða hvønn dag. Og so er inntøkan í mínum føri altíð betri á sjónum. Man missir sjálvsagt eisini nógv við at vera sjómaður og serliga viðv. børnunum hjá sær missir man nógv. Eisini hetta við at fara avstað frá børnunum er rættuliga tungt. Men tað er eisini stuttligari at koma heim aftur nú man hevur børn. Man er spentur frá tí man fer avstað, meðan man fyrr kanska bara bar spentur nakrar fáar dagar, áðrenn man fór at sigla heim. Men skuldi eg valt umaftur, hvørja lívsleið eg skuldi valt, so hevði eg valt sjólívið, men kanska við nøkrum smávegis broytingum, har eg kanska hevði roynt at sloppið fyrr við trolara vegna betri umstøður og


NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013

FØROYA SJÓMANNADAGUR Í SAMSTARVI VIÐ EIK OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU

29

Her eru vit í 1990 har hesir 4 fara sín fyrsta túr við Sigurfarinum. Frá vinstru: Bogi (Argir), Hákun Djurhuus (Kollafirði), Danjal Vest (Sandur) og Karl Jakob Ósa Eliassen. So byrjar ein túrur uppá 5 mánaðir hjá Sigurfarinum.

Her er Karl Jakob saman við sínum systkjum Kristvør, Siggu og Vinnu beint áðrenn, hann fer avstað við Sigurfarinum á sumri 1991. betri inntøkur sum oftast. Serliga glaður eri eg fyri at hava sloppið at roynt lívið á Flemish Kap við saltfiska línubátunum og so seinni at sigla í Afrika, sum var læruríkt. At sleppa at sigla við einum nýggjum skipi sum Skálaberg var í 2003 er altíð nakað serligt hjá einum sjómanni og er eisini nakað serligt í minninum, sigur hann. Mikukvøldið í síðstu viku fór Karl Jakob sín fyrsta túr við Christian í Gróti-

num, har hann skal við sum dekkari. Fyrst og fremst er tað føroyingar, sum hann hevur saknað, nú hann aftur fer við føroyskum skipi. - Tað er fyrst og fremst tað sosiala lívið, sum ein saknar, tá ein siglir við útlendskum skipum. So nú var eg rættuliga spentur uppá at sleppa at sigla saman við føroyingum umborð á føroyskum skipi, segði Karl Jakob stutt undan fráferðini.

Sjómannadagurin Leygardagin er Føroya Sjómannadagur og hesin hevur altíð verið høgt raðfestur hjá sjómanninum. - Eg plagi at vera nógv norðuri á Stongunum og luttaka í nógvum kappingum. Tí eg haldi, at tað er keðiligt hjá fyriskiparunum at skula mangla fólk til kappingar. Einaferð havi eg vunnið kappingina í trolbøting og einaferð bleiv eg nummar 2. Og so var eg nummar 3 ella 4 eina árið

Karl Jakob saman við sínu lítlu systir Kristvør og vinmanninum Poul Jan beint áðrenn fráferð við Sigurfarinum í 1991. í egning. So ein vanligur Sjómannadagur hjá mær verður brúktur norðuri á Stongunum fyri tað allar mesta. Tað besta við Sjómannadegnum er at man sleppur at møta nógvum fólki og sjómonnum, sum man ikki hevur sæð í fleiri ár. At tað so er ókeypis ger tað nógv lættari hjá familjum. Tað einasta man skal gjalda fyri er mat, og tað skal man jú keypa óansæð. Eg haldi dagurin hevur stóran týdning og er komin

fyri at vera. Nógv fólk vilja vera heima hendan dagin. Og eg haldi næstan tað er komið har til, at øll skip undir Føroyum skulu ligið inni handan dagin. Hetta skuldi verið ein dagur, har allir sjómenn kundu verið heima og hygga sær. T.d. hugsi um handanirnar, har teir bestu bátarnir vera valdir. Har eru ofta nógvir bátar, ið ikki eru heima. Fleiri fólk høvdu verið til kappingar og eg síggi ikki nakran fíggjarligan vansa

í hesum. Tí tað kann ikki bera til, at skipini ikki klára tað fíggjarliga, tí um tey ikki klára at vera inn í eitt døgn, so klára tey seg ikki óansæð. Tað síggja vit t.d. á Sjómannadegnum í Íslandi, um eg minnist rætt og í Noregi er nakað líknandi, um eg ikki fari skeivur. Nú hugsi eg ikki um tey skipini á fjarleiðum, tí tey kunnu sjálvsagt ikki bara koma heim til Sjómannadag.

Fløskupostur funnin eftir 2 ár á sjónum Systrarnar Hanna Elsubet og Jona Helen Jacobsen úr Klaksvík, hava í dag fingið eitt bræv úr Norra, har fløskuposturin sum tær kastaðu á Sjómannadegnum fyri 2 árum síðani er funnin á oynni Valøya, ið liggur norðanfyri Trondheim.

Tað er 46 ára gamla Anna ið hevur funnið fløskupostin á Valøya í Norra, har tey hava eitt summarhús. Tær báðar Hanna Elsubet og Jona Helen hitti okkum á Sandinum, har vit fingu eina fitta mynd av teimum báðum, og so fingu tær eisini ein ryggsekk frá Eik Banka. Á Sjómannadegnum í ár verður aftur møguleiki hjá børnum at kasta fløskupostar, sí skrá í blaðnum.


30

FØROYA SJÓMANNADAGUR Í SAMSTARVI VIÐ EIK OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU

NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013

STÓR ÚTIKONSERT Á STANGABRÚNNI FRÍGGJAK VØLDIÐ Fríggjakvøldið aftaná fiskikappingin og vatnkríggið verður stór ókeypis útikonsert á stóra pallinum á Stangabrúnni, har seks bólkar, sum hava vant nógv á Dávavirkinum seinastu tíðina, fara at spæla. Tað er Høgni Klakstein frá Dávavirkinum, sum hevur valt bólkarnar og hann sigur soleiðis um valið. - Eg havi fyrst og fremst hugt eftir, hvørjir bólkar og einstaklingar venja regluliga her úti í Dávavirkinum og so hvørjir megna at spæla á einum stórum palli fyri nógvum fólkum og fylla eina tíma ella har áleið av tónleiki. Hesir bólkarnir megna uppgávuna og allir søgdu ja beinanvegin, sigur Høgni Klakstein við Norðlýsið. Tiltakið á Stangabrúnni verður fríggjakvøldið og byrjar kl. 22.00. Tann kendasti bólkurin, ið skal spæla, er nokk Grandma’s Basement, sum spæla seinast. Hans Andrias Jacobsen hevur eisini verið nógv frammi og hevur hesuferð allan bólkin við. Vinir er gospelbólkur, sum hevur nógvar tónleikarar og sum hava nógv tilfar at framføra. Og so er tað Danny & The Veetos, sum fekk góð ummælir fyri sína konsert á Summarfestivalinum. Quarter To Three hevur givið

tvey stakløg út á YouTube og fara at spæla í umleið 40 min. Fyrireikararnir vænta nógv fólk til konsertirnar sum ætlað øllum aldursbólkum. Alt tiltakið er ókeypis. Skráin fyri fríggjakvøldið sær soleiðis út: Kl. 22:00 Gull – bólkur mannaður við nøkrum ungum – uml. 13 ára gomlum – kúllum, ma. Oddur Joensen, teir spæla 4 rokk løg. Kl. 22:30 Quarter To Three Kl. 23:15 Hans Andrias Jacobsen v/Bólki Kl. 00:00 Danny & The Veetos Kl. 01:00 Vinir Kl. 02:00 Grandma’s Basement

VATNKRÍGGI ER EITT ”MUST” Fer ein til sjómannadagarnir, so má ein ikki missa stóra vatnkríggi á vánni.

Kanska best umtókta hendingin á sjómannadøgunum er stóra vatnkríggi, sum ger alla vánna til eitt sera stuttligt spælipláss. Undan ársins sjómannadegi eru tað fleiri, sum meta hetta sum eitt av størstu hæddarpunktunum á sjómannadøgunum. Í fjør var mett, at eini 2000 fólk luttóku í vatnkrígnum. Hetta er blivið sera væl umtókt og bæði vaksin og børn hugna sær óført. Ja ofta sær út sum at tey vaksnu eru ivrigari. Fleiri av stóru útróðrarbátunum plaga at

luttaka eins og Brimil og Ziska. Harumframt luttóku fleiri sløkkilið í fjør. Nógv fólk samlast eisini á kajøkinum á stongunum og á ves-

tursíðuni og runt um í víkini síggjast nógvir vanliga nógvir áskoðarar eisini. Sløkkiliðini brúka sína útgerð og børnini við hjálp

frá teimum vaksnu kasta vatnballónir. Tað ræður eisini um at verða væl útgjørdur við klæðum at taka ímóti øllum vatninum, men

onkur plagar at taka til, at er ein ikki blivin vátur í einum slíkum vatnkríggi, so hevur man ikki lagt nóg nógv fyri.

Farið verður umborð á bátar við Kósabrúnna fríggjakvøldið kl. 19.00.


NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013

FØROYA SJÓMANNADAGUR Í SAMSTARVI VIÐ EIK OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU

31

Føroya besti skipskokkur skal finnast Danial Viðoy

Ein nýggjur táttur verður á Sjómanndegnum í ár. Føroya besti skipskokkur skal finnast. Hetta verður framt í gjøgnum eina kapping. Kappingin verður skipað á tann hátt, at menn og kvinnur skulu steikja fiskafrikadellur. Bestu frikadellurnar vinna sjálvsagt.

Nýggj kapping: Tað er ójavnt, hvussu sjómenn hava kokkarnar á orðið.

“Kokkurin kann ikki brúkast”, “hatta er besta kokkur, eg nakrantíð havi havt”

ella “jú hann er brúkiligur.” Nú býðst møguleiki at geva skipskokkum

skoðsmál á Sjómanndegnum. Tær bestu fiskafrikadellurnar vinna og hesin

Stongunum arbeiðir mann. Ein og hvør kann halda seg

framat. Eldri, yngri, mannfólk og konufólk.

kokkur verður kosin besti skipskokkur.

Køkukapping Ein almenn køkukapping verður á Sjómannadegnum. Ein og hvør áhugaður kann lata heimabakaða køku inn til kappingina og síðani fer fólkið at døma um køkurnar. Besta og vakrasta kakan verður lønt við góðum vinningi. Danial Viðoy Tað eru Sjómannadagurin og Norðoya Kvinnufelag, sum í felag stíla fyri hesi forkunnugu kappingini. Kakurnar skulu verða

latnar inn í stóra tjaldið áðrenn klokkan 10.30 og so verður hetta stillað upp sum framsýning til gagns fyri fólkið.

Og doyurin er lagdur á, at øll eru væl komin at lata heimabakaða køku inn!

Læra seg at egna Sum nakað nýtt á Sjómannadegnum í ár, verður møguleiki at læra seg at egna. Hetta fer sjálvandi at ganga fyri seg norðuri við skúrarnar á Stongunum. Ungdómar og royndir egnarar fara at læra av sær. Egningin í Føroyum sten-

dur fyri fallandi fóti, men tó eru góðir egnarar eftir, eisini ungir. Í eini roynd at halda egningini á lívið, bjóðar Sjómannadagurin í ár fólkið at læra seg at egna. Eitt nokkso stuttligt og forvitnisligt tiltak, skal sigast. Tað verða royndir egna-

Klaksvíkar sløkkilið hevur biðið øll sløkkiliðini í Føroyum um hjálp til vatnkríggið, sum verður á Vágni í annaðkvøld. Og øll sløkkiliðini hava játtað, so talan verður um ein sera stórt herlið av vandamiklum monnum og vápnum. Vatnkríggið veksur bara í vavi. Í ár krevst av vera væl vápnaður. Og skjøldur verður helst ein treyt, tí

skot fara at koma úr øllum ættum. Tað stóra liðið av sløkkiliðsmonnunum og tess amboðum verða torfør at verja seg fyri. Sløkkiliðini boða frá, at tey fara at nýta kraftmiklar vatnslangur, tá ið vatnkríggið verður. Spurningurin er so nú, um ommur og abbar, eisini mugu koma við, tí nú er so nógv at sikta eftir.

rar og grovir ungir egnarar, sum fara at standa fyri hesum. Hevur fólk hug at royna seg, læra teir teg endiliga. Tað er tí at teir fara at standa har, teir fara ikki at standa á Stongunum til pynt. Tað ger mann ikki á Stongunum. Norðuri á

Klaksvíkar sløkkilið boðsent hjálp


32

FØROYA SJÓMANNADAGUR Í SAMSTARVI VIÐ EIK OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU

NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013


NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013

FØROYA SJÓMANNADAGUR Í SAMSTARVI VIÐ EIK OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU

33


34

FØROYA SJÓMANNADAGUR Í SAMSTARVI VIÐ EIK OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU

NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013


NR. 27 MÁNADAGIN 12. AUGUST 2013

FØROYA SJÓMANNADAGUR Í SAMSTARVI VIÐ EIK OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU

35


PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD: OLIVER JOENSEN

BOX 58 - 710 KLAKSVÍK - TEL. 456285 - INFO@NORDLYSID.FO

amr.fo


Nordlysid nr 27 2013  

Norðlýsið blað nr 27 Mánadagin 12. august 2013

Advertisement
Read more
Read more
Similar to
Popular now
Just for you