Issuu on Google+

Í K Í Ð I T F I K S A R A J N VE NR. 22 HÓSDAGIN 13. JUNI 2013 / 62. ÁRGANGUR / KR 30,00

HETTA ER EYÐUN KL AKSTEIN Síða 1 3 -1 4

Vit hava hugt eftir, hvør fótbóltsliga søgan hjá nýggja KÍ venjaranum er.

HALLARMÁLIÐ Í BAKSÝNIÐ

Í dag eru flestu samd um at tað var rætt at Klaksvíkar Kommuna eins og aðrar kommunur í landinum tók ábyrgd av ítróttarhøllunum. Her er nakað av samskiftinum sum var S í ð a 8 -11 millum ymisku partarnar.

Ferðavinnan hevur ikki givið nógv til Viðareiðis. Tað segði Essa Petersen, tá vit hittu hann á Viðareiði mikumorgunin, tá hann fekst við gartnaraarbeiði.

772245 065007

PISSAÐU Á HOTEL NORÐ 9

Síða 15


2

NR. 22 HÓSDAGIN 13. JUNI 2013

”EIN TRUPUL DYSTUR” Jógvan Isaksen væntar ikki, at KÍ fær nakran lættan dyst móti AB.

Jákup Ósa Sunnudagin spælir KÍ á heimavølli móti AB. Fyrr í ár spældu liðini á Argjum, har KÍ vann 3-1 eftir at hava verið aftanfyri 1-0 í hálvleikinum. Verjuleikarin

Jógvan Isaksen væntar ikki nakran lættan dyst. - Vit sóu á Argjum, at AB hevur eitt gott lið. Teir vóru nógv betri enn vit í fyrra hálvleiki. Faktisk haldi eg,

at teir hava verið óhepnir í fleiri dystum í ár og kundu havt nógv fleiri stig. Hjá okkum ræður um at fáa eitt mál tíðliga, so trýstið ikki fer at liggja á okkum á

sama hátt. Men hetta verður ikki nakar lættur dystur, sigur Jógvan Isaksen. Hann heldur ikki at tað er nøkur kreppa í KÍ. Hinvegin heldur hann, at liðið er

betri í ár enn í fjør. - Vegurin upp á 2. pláss er stuttur og eg haldi vit hava betri lið enn í fjør. Serliga miðvøllurin er betri, har Atli Danielsen er

komin inn. Í verjuni eru Gunnar Christiansen og Oddmar Marsten komnir á liðið og hava gjørt tað gott, sigur Jógvan Isaksen við Norðlýsið.


NR. 22 HÓSDAGIN 13. JUNI 2013

3

ng

trolbøti

Egnin

Togtogan

g

Ársins va tnkríggj

Føroya Sjómannadagur Umframt fiskikapping, vatnkríggj, egning, trolbøting, uppskering, togtogan og hópin av framsýningum: Týsdag 13. August kl. 19.30

3 0 1 2 . g u a . 8 12. - 1

Vit bjóða øllum træseglskipum, róðrarmotor- útróðrar- & frítíðarbátum til Klaksvík. Allir vitjandi bátar fáa eina vælkomstgávu.

Bátsvanlukkurnar Tollaksmessudag 1913 Fyrilsetur í deildini hjá EIK í Klaksvík við Andras Sólstein søgufrøðingur á Norðoya Fornminnasavni.

Mikudagin 14. August kl. 14.00

Hátíðarhald á Skarði í Kunoynni. Minnisvarði til minnis um teir sum fórust við Skarðsbátinum Tollaksmessudag 1913 verður avdúkaður.

Leygardagin 17. August Kl. 09.00 Stóru útróðrarbátarnir koma at bryggju á Stongunum. Kl. 10.00 - 12.00 Flottasta og mest vælsmakkandi heimabakaða køkanFøroya Húsarhaldsskúli skipar fyri stórari framsýning av heimabakaðum køkum. Stórir vinningar til flottastu og mest vælsmakkandi køkurnar. Kl. 13.00 - 17.00 Bassatiltak í stóra tjaldinum.

Skrá fyri allar daganar verður kunngjørd í komandi viku

Kl. 13.00 og 15.00 og 17.00 Kvæði um Kópakonuna. Limir í Klaksvíkar Sjónleikarfelag á palli Norðast á Stangabrúnni. Sjórænarar fanga krabbar Silgt verður við føroyskum bátum yvir um vánna har lagt verður at landið í fjøru at fanga krabbar.

kelvin

g

gin

Fiskikappin

sjómanst

ak


4

Tórálvur Weihe, arkitektur frá Føroya Fornminnasavni sigur, at friðaðu húsini í Depli helst vera liðugt restaureraði í komandi ári. Ikki kann annað sigast enn, at tað hevur gingið leingi at fingið depilshúsini, ella Bóndagarðin í Lon, sum Føroya Fornminnissavn kallar húsini, í nýtiligan stand. Men nú er sjón fyri søgn, at menn eru við at koma upp undir land við endurnýggjanini av húsunum. Norðlýsið var á gátt mikudagin og vingu vit eina lítla rundvísing frá handverkarunum, ið arbeiða har. Tað er nevniliga Ingi av Torvgerði í Fuglafirði, ið stendur fyri restaureringsarbeiðinum.

NR. 22 HÓSDAGIN 13. JUNI 2013

Um veðrið skikkar sær til tað, so rokna teir við at fara at vera liðnir við flagtekina og alt uttan á húsunum í ár. Inni í húsunum er eisini komið væl áleiðis. Íbúðin har gamli bóndin, ið hevði latið garðin til yngra festaran vanliga búði, er um at vera liðug, við køki, kova og uppihaldsrúmi við song, ímeðan roykstovan hjá bóndanum við koyggjum eisini er um at vera liðug. Síðani er tað fjósið og hoyggjhúsið, ið ikki er liðugtgjørt innan enn, her veldst eisini um, hvat húsini í framtíðini skulu brúkast til. Verða helst brúkt til móttøkur og annað Tórálvur Weyhe, arkitektur sigur, at peningur er tøkur

til at fáa húsini innilokað og gjørd liðug uttan, men at tað veldst um játtan komandi ár, um nóg mikið fæst til liðugtgerð innan. Nógv veldst eisini um, hvat húsini skulu brúkast til, tá tosað verður um liðugtgerð. Hugsað hevur verið um at hita húsini við jarðhita, men tað kostar sjálvandi nógv í íløgu, og so er eisini spurningurin hvussu nógv skal gerast við fjósið og hoyggjhúsið, sum eru partar av allari lonini. Vit fara einaferð í vetur at hava samráðingar við Norðoya Fornminnasavn og kommununa í Hvannasundi/Norðdepli, um hvussu skal vera við Bónadhúsunum í Lon framyvir. Helst vera húsini til

nýtslu hjá kommununi og til framsýningar. Sjálvandi skulu húsini eisini brúkast at sýna fram fyri almenninginum á ein ella annan hátt.

Sjálvandi, alt veldst um játtan og hvat húsini skulu brúkast til, sigur Tórálvur Weyhe at enda, men eg vóni at vit kunnu gera húsini liðug og avhenda tey í

komandi ári.


NR. 22 HÓSDAGIN 13. JUNI 2013

5


6

NR. 22 HÓSDAGIN 13. JUNI 2013

Nýbygningurin í Viðareiðis Skúla

SK JÓTT TIKIN Í NÝ TSLU

Arbeiðið við nýbygninginum í Viðareiðis Skúla gongur væl. Bygningurin verður skjótt klárur at taka í nýtslu. – Eftir røttum skal bygningurin verða klárur um ein mánað, men tað fer at knípa, sigur Hans Jákup Kallsberg, borgarstjóri.

- Málingararbeiði, sparkli-arbeiðið, el-arbeiði og onnur smáting eru at gera og tey kunnu eisini taka tíð. Tað gongst væl hesum arbeiðinum innan, og skjótt fer verkætlanin við nýbyg-

ninginum rættiliga líkjast eini lidnari vøru. Um ein mánaða var avtala millum kommununa og teir, sum byggja skúlan, at skúlin skuldi vera liðugur. Sum flest allar aðrar byg-

giverkætlanir, heldur tíðarfreistin sjáldan. Men um ein mánaða verður ikki nógv eftir. Tað er eingin ivi um at lærarar og næmingar eru spentir, at byrja í nýggjum

skúla eftir summarfrítíðina. Tað hevur verið nokkso trongligt seinastu árini, har millum annað 1 og 2 flokkur hava havt skúlastovur í Missiónshúsinum. Tá ið nýbygningurin er

liðugur, líkur Viðareiðis Skúli øll krøv, sum verða sett einum nútímans fólkaskúla.


NR. 22 HÓSDAGIN 13. JUNI 2013

7

L E I Ð A R I N

Bátaog campingtreff Skulu vit nú trýstast á Eystanstevnu 2013 Tað sær út til, at landsstýrismaðurin í heilsumálum skúgvar sær undan at stinga út í kortið, politikkin á sjúkrahúsøkinum.

Tað ljóðar so fínt og ikki minst facebooksligt, at landsstýrismaðurin í heilsumálum nú biður ”fólkið” siga sína hugsan um hvussu Heilsuverkið skal skipast í framtíðini, ígjøgnum heimasíðuna hjá Heilsumálaráðnum. Ymiskir fakbólkar fara til fundar, og sleppa at siga sína hugsan, allir sjálvandi við atlitið til egin áhugamál, og so almenningurin, ígjøgnum heimasíðuna hjá Heilsumálaraðnum. Álvaratos, hvat væntar heilsumálaráðharrin sær burturúr hesum. Væntar hann sær nakað sum helst? Úr okkara sjónarhorni sær hetta meira út sum undanførðsla soleiðis at tað skal síggja út sum um landsstýrismaðurin ger nakað ítøkiligt. Sagt verður, at hetta skal vera ein partur av grundarlagnum undir orðaskiftinum á tingi í heyst. Hví skulu vit velja politikarar, um vit alíkavæl ígjøgnum facebookkjak skulu avgerða rætningslinjurnar fyri førda politikkin á heilsuøkinum. Er tað tá ikki dupultfunktión at hava ein landsstýrismannn sitandi. Hava skattaborgararnir ikki goldið millióna upphæddir fyri álit, eitt nú á sjúkrahúsøkinum. Tað er fleiri ferðir sligið fast á tingi, at vit skulu hava trý sjúkrahús í Føroyum. Men vit síggja ferð aftaná ferð hvussu politikarar hoykna undir trýstinum frá høvuðsstaðnum. Vit høvdu ein landsstýrismann, sum niðurlagaðið sjúkrahúsið í Klaksvík við føðideildini, ein landsstýrismann, ið vit roknaðu at skula hava kjarnuveljaraøkið í Norðoyggjum. Meira enn 20.000 borgarar hoyra til høvuðsstaðarøkið, og kanska 6.000 til Norðoyggjar og nakað minni til Suðuroynna. Væntar landsstýrismaðurin hesum smærru sjúkrahúsunum nakra sum helst sømd á sínum facebookfríggjaríið. Vit mugu liva við, at vit nú bert hava eitt valdømi í Føroyum. Tað hevur sjálvandi við sær at okkara politikarar, ið hava populistiskar ætlanir fríggja til høvuðsstaðarøkið , tí ”meirilutin ræður” og hann situr í Havn, ella hvussu? Í staðin fyri at trýsta sjúkrahúsið til Havnar ígjøgnum kjakarar, átti landsstýrismaðurin at krita linjurnar upp øllum samfelagnum at gagni.

Húsvognar kunnu koma á middegi fríggjadag. Siglt verður frá Saltnesgrynnuni kl. 18.00 inn í bátahylin í Runavík. Tá ið bátarnir eru lagdir at bryggju og vognarnir eru komnir uppá pláss verður

farið á Neystaloftið, har suppa verður at fáa. Skipað verður fyri felagssangi við harmonikuspæli. Kostnaðurin fyri alt vikuskifti er 300 kr fyri

bátin/vognin. íroknað prísin er El, vatn og internet. Tilmelding fer framm á: bakka@mail.fo Charles Jakobsen á tlf.

717171 ella Sonju S. 220561

Danielsen

”Spælið fótbólt ístaðin fyri at grenja!”

nordlysid.fo

- Fokuseri uppá at renna og spæla ístaðin fyri at grenja. So kanska tit fáa eitt stig, segði Zlatan Ibrahimovic um føroyska landsliðið. Í svensku bløðunum hevur Zlatan Ibrahimovic lagt eftir føroyingunum eftir landsdystin í gjár. -Teir grenja allan dystin. Eg havi ikki møtt nøkrum liðið, ið grenjar so nógv. Teir royndu at provokera, men gjørdu tað uppá skeivan máta. 0 stig í bólkaspælinum og bara grenja gjønum dystin. Fokuseri uppá at renna og spæla ístaðin fyri, so kanska tit fáa stig. Teir vóru eftir mær allan dystin, segði Zlatan Ibrahimovic í svensku pressuni eftir dystin. Jákup Ósa

FACEBOOK VIÐ MERKINGAR ”Hetta

kemur frá ljótasta leikara sum eg ha spælt ímóti!” vi sæð føroyska

landsliðið

”Ja man hevur of ta hoyr t at Zlatan er ein bølli við vánalig at hann er ein sim ari bakgrund, pul bølli vísti hann týðiliga á vøllinum hann var absalut íg járkvøldi, tann spælarin við ljótasta atburði á man heldigvís sjá vø llin um lvdan sær, og so ro , sum ynir hann at skjóta at føringarnir lógu seg inn undir, ef tir honum alla tíð ina, men man skal af turat, at tað er lan eisini leggja gt síðani at man sá ein so vánaligan og dómara og linjuve veikan rjar.” ”Sambært Zlatan er tað í lagi at film a, at fremja harskap støðuleikarum og ímóti mótat kasta bóltar ef tir teimum, men man grenja.” má ikki ”Zlatan er ein óspo rtligur kloddi.”

Sig tína meining á nordlysid.fo


8

NR. 22 HÓSDAGIN 13. JUNI 2013

HALL ARMÁLIÐ Í dag eru flestu samd um at tað var rætt at Klaksvíkar Kommuna eins og Her er nakað av samskiftinum sum var millum ymisku partarnar.

Í 2011 byrjar samskiftið millum Klaksvíkar Kommunu og Norðoya Sparikassa um fíggjarstøðuna hjá Badmintonhøllini. Nógvir eru leikir í longum talvi og hallarmálið er heitt meðan seinasta býráðsval er í hæddini. Alt endar við at Atli Justinussen, býráðslimur, tekur málið í egnar hendur og saman við minnilutanum í býráðnum atkvøður fyri at Kommunan skal yvirtaka báðar hallirnar fyri 14,8 mió. Kr.. Samstundis kom politiska leiðslan í býráðnum í minniluta og tilráðing frá umsitingini hjá býráðnum um ein sjálvsognarstovn varð kveistra av borðinum. Í baksýnið kann man eisini staðfesta at hallarmálið gjørdist byrjanin til endan av samstarvinum millum Sjálvstýrisflokkin og Fólkaflokkin í býráðnum og tá

úrslitið av býráðsvalinum var greitt skipaði Sjálvstýrisflokkurin samgongu saman við undanfarna býráðsminniluta. Badmintonhøllin var bygd á politisk lyftir sum ongantíð vóru til veruleikar Ein kann av røttum spyrja hví fíggjarumstøðurnar hjá nýggju badmintonhøllini gjørdust so trupul longu frá fyrsta rakstrarárinum og við at lesa skjalatilfar sum Norðlýsið hevur fingið innlit í er orsøkin uttan iva politisk ynski og lyftir sum ongantíð gjørdust til veruleikar. Harafturat gjørdist byggingin av høllini dýrari enn roknað var við upprunaliga. Tað er tó púra greitt at Klaksvíkar Kommuna vildi hava eina nýggja Ítróttarhøll men kommunan metti

seg ikki hava ráð til at byggja hana sjálv. Í drúgvum skjalainnlitið sum Norðlýsið hevur fingið gongur fram at tað var Klaksvíkar Kommuna sum upprunaliga samskifti við Norðoya Sparikassa um at fáa bygt eina nýggja ítróttarhøll, men endin var at Klaksvíkar Badmintonfelag skuldi byggja høllina. Tá sitandi býráð við Steinbjørn O. Jacobsen sum borgarstjóra metti at umráðandi var fyri býin at fáa eina ítróttarhøll afturat og býráði játtaði at stuðla verkætlanini. Tann 23. februar 2004 sendir Klaksvíkar Badmintonfelag eina íløguætlan í samband við at felagið hevur ætlanir at byggja eina nýggja ítróttarhøll. Samlaður byggikostnaður við byggirentu 15 mió. Kr.

(RED: Høllin kostaði góðar 23 mió. Kr. v/MVG tá hon var tiki í brúk í November 2007) Eginpeningur frá: Klaksvíkar Kommunu 300.000 kr. Shell 150.000 kr. Sp/f Norðhús 300.000 kr. Klaksvíkar Badmintonfelag 100.000 kr. Viðareiðis Kommuna 75.000 kr. Treysti 50.000 kr. Klaksvíkar Fimleikarfelag 25.000 kr. Borgaru konto í NS 200.000 kr. Tilsamans 1,2 mió. Kr. ( RED: Endaliga talið á eginpeninginum bleiv 2 mió. Kr.) Íløgustuðul á 30% frá Klaksvíkar Kommunu á 4,5 mió. Kr. Íløgustuðul á 40% frá landinum á 6 mió. Kr. (RED: Stuðulin frá Men-

tamálaráðnum bleiv 4,5 mió. Kr) Neyðug lántøka 3,3 mió. Kr. Rakstrarætlan (red: Bert høvuðstøl) Rakstrarútreiðslur íalt kr. 936.000 Leiguinntøkur íalt kr. 1.329.400,Í inntøkunum hjá høllini var upprunaliga roknað við 225.000 kr frá Kommununi fyri leigu til fólkaskúlan. Longu í 2009, lítið meira enn eitt ár eftir at høllin er tikin í brúk er greitt at raksturin røkkur hvørki til rentur ella til avdráttir. Og tað er greitt at trupulleikin liggur hjá Norðoya Sparikassa og Klaksvíkar Kommunu sum umvegis badmintonfelagið beinleiðis samskifta nógv um málið. Og ein kann av og á ivast í hvørt peningastovnurin er keypari ella

seljari. Tann 9. juni 2011 sendir kommunustjórin ein teldupost til stjóran í Norðoya Sparikassa: .... klaksvíkar badmintonfelag minnir meg rímiliga javnan á teirra mál.... .... hvat heldur tú er næsti leikur í hesum málið.... .... hava tit í norðoya sparikassa lýst málið nærri? Hava tit boð uppá loysn – ella tilgongd?... Tann 9. juni 2011 sendir kommunustjórin ein teldupost til formannin í badmintonfelagnum: ... vit eru tíverri ikki komin serliga langt, tí tað eru so nógv onnur áleikandi mál... ... havi umrátt málið aftur við formannin og skrivaran í mentunnarnevndini..... kanska er frægast at vit


NR. 22 HÓSDAGIN 13. JUNI 2013

9

Innlit í býarviðurskifti: Byggir á skjala innlit frá 2004 fram til 2013

Í BAKSÝNIÐ

aðrar kommunur í landinum tók ábyrgd av ítróttarhøllunum. allarfyrst tosað aftur við sparikassan um hvussu teir síggja málið.... Tann 20. oktober 2011 skrivar formaðurin í kl. Badmintonfelag til Kommunustjóran. Hann spyr enn einaferð um nakað nýtt er í málinum og greiður frá at felagið hevur kallað saman til aðalfundar at skipað ein sjálvsognarstovn.... Tann 20. oktober 2011 skrivar kommunustjórin til formannin í kl. Badmintonfelag: ... sum nevnt høvdu vit ein fund við sparikassan har vit yvirskipað umrøddu umstøðurnar. Eftir fundin skuldi sparikassin kontakta tykkum fyri at fáa fulltrú frá felagnum til at fara víðari við eini møguligari loysn...... í løtuni bíðar

kommunan eftir einum útspælið frá sparikassanum. Tann 2. november 2011 er málið um fíggjarviðurskiftini hjá kl. Badmintonhøll til viðgerar á fundi í mentunnarnevndini. Tann 24. november 2011 sendir formaðurin í badmintonfelagnum ein teldupost til kommunustjóran: ... tað er komið eitt fulltrú frá NS sum vit skulu taka støðu til.... vit ætlað at skriva undir ein av komandi døgunum tí vit hava ikki aðrar møguleikar.... er hetta í samsvar við tykkara áhugamál ella hava tit eitt alternativ..... Tann 28. november 2011 Tykist kommunan hava tikið støðu um ikki at fara inn í samráðingar at yvirtaka skuld hjá Badmintonfelag-

num í sparikassanum og tí skrivar kommunustjórin til formannin í badmintonfelagnum: .... sum støðan er, hevur kommunan ongar viðmerkingar til málið tí hetta er ein spurningur millum tykkum sum debitor og sparikassan sum kreditor....... kommunan hevur ongar avsetingar til at fara inn í málið... hinvegin ynskja vit alt tað besta bæði fyri tykkum og Sparikassan..... sostatt hava vit í løtuni ongar viðmerkingar ella nakað alternativ á borðinum.... Tann 14. desember 2011 leggur býráðslimurin, Steinbjørn O. Jacobsen, sum var borgarstjóri tá høllin bleiv bygd, vegna minnilutan, mál um Klaksvíkar Badmintonhøll til Klaksvíkar Kommunu til viðgerar og støðutakan..

... sum vit skilja er fíggjar byrðan ov tung hjá felagnum... torført er at klára fíggjarligu skyldurnar fyri ikki at siga ómøguligt.... ... er spurningurin um ikki frægasta loysnin er, at klaksvikar kommuna yvirtekur høllina sum einasti eigari..... høllin er hildin fyrimyndarligt og er í besta standi..... ... mælt verður tí til at samráðingar verða skjótast gjørligt við Klaksvikar Badmintonfelag har útgangstøði er at kl. Kommuna ognar sær høllina...... (undirskrivað av býráðslimum í minnilutanum) Tann 10. januar 2012 sendir kommunustjórin ein teldupost til nevndarlimir í badmintonfelagnum, leiðsluna í býráðnum og í sparikassanum: ... á stuttum fundi í dag

við klaksvikar badmintonfelag boðaði felagið frá at raksturin av høllini als ikki stendur mát við tørvin á rentum og avdráttum, sum skuld felagsins í samband við høllina krevur. Eftir at hava tosað við sparikassan og nú eisini klaksvíkar kommunu leggur badmintonfelagið upp til ein fund millum hesar tríggjar partarnar...... Tann 6. september 2012 sendir formaðurin í hondbóltsfelagnum stjørnan bræv til formannin í mentunarnevndini: ... Ki Høllin er ikki í góðum standi... størsti trupulleikin hjá okkum er lekar í tekjuni... ... tað er komið fyri at venjingar eru avlýstar av hyljum á hallargólvinum.... ... vit kenna okkum ikki trygg við støðuna....

Tann 10. september 2012 sendir kl. Kommuna tíðindaskriv til fjølmiðlarnar: .... uppskot um eina loysn verður nú lagt fyri sparikassan og býráðið... ... á fundi í dag millum Marner Mortensen og Jógvan Skorheim er avtalað at leggja uppskot um eina loysn fyri Klaksvíkar Badmintonhøll fyri býráði og nevndina í Sparikassanum.. ... báðir partar hava áhugað í einari varandi loysn, sum leggur ítróttarøkið í tryggar fíggjarligar karmar.... Tann 18. september 2012 skrivar leiðarin á mentanardeildini bræv til Norðoya Sparikassa: .... málið er nú klárt at leggja fyri býráðið... .... loysnin ber við sær


10

NR. 22 HÓSDAGIN 13. JUNI 2013 Leiðslan í Norðoya Sparikassa hevði ein sera aktivan leiklut.

Atli S. Justinussen var sannførdur um røttu loysnina og tók málið í egnar hendur, og rindaði at enda ein politiskanprís.

Tað var meðan Steinbjørn O. Jacobsen var borgarstjóri at Badmintonhøllin var bygd, hann arbeiddi sera hart fyri at kommuna skuldi yvirtaka hallinar. Hóast polittisk lyfti fekk badmintonhølin ongatíð raksturin at hanga saman.

Samkomustuðlar hjá Betesda settu 1. mió. kr. í reiðum penningin í Badmintonhøllina til frama fyri brúksrættindi.

at bæði Kl Kommuna og sparikassin eru við til at tryggja virksemi á ítróttarøkinum.... ... niðanfyri standandi loysn er gjørd útfrá hvat umsitingin metir at ráðiligast er at gera. Samstundis skal leggjast afturat, at ns hevur góðkent uppskotið, soleiðis sum tað fyriliggur.... ... Klaksvíkar Kommuna stovnar og ger reglugerð fyri sjálvsognarstovnin... Kl. Kommuna hækkar árliga stuðulin til hallirnar við kr. 400.000 kr. um árið..... ...Norðoya Sparikassi kemur við kr. 400.000 kr í stuðli um árið... ... setur eina fasta rentu á 6% í 5 ár... stuðlar høllunum við kr 1.000.000 til íløgu í nýtt tak til kí høllina.... Býráðslimur tekur málið í egnar hendur So hvørt sum býráðsvalið nærkast á veturin 2012 broytist samskiftið. Tað er greitt at tað ikki longur er býráðsleiðslan og umsitingin sum samráðast við kreditorin hjá Badmintonfelgnum, tí bráddliga boðar Norðoya Sparikassin Kommununi frá at úrslitið av samráðingunum við leiðsluna í býráðnum er ikki longur aktuelt. Orsøkin er at ein býráðslimur í meirilutanum, Atli Justinussen, verður sannførdur um at tað einasta rætta er at Kommunan yvirtekur ítróttar-

hallirnar og síðani tekur málið í egnar hendur. Hann ferð einsamallur á fund við leiðsluna í Norðoya Sparikassa og á fundinum verður avtalað at prísurin kommunan skal rinda sparikassanum fyri báðar hallirnar er kr. 14,8 mió. Kr.

Tann 3. oktober 2012 er fundur í fíggjarnevndini har ein meiriluti tekur undir tilmælinum at gera ein sjálvsognarstovn, meðan ein minniluti mælir til at býráðið yvirtekur hallirnar ímóti einari skuldarsanering....

Tann 19. september 2012 svarar leiðslan í Norðoya Sparikassa kommunustjóranum sum hevði sent honum eitt uppskot um sjálvsognarstovn sum var avtala á fundi millum KL.Kommunu og Norðoya Sparikassa: .... tað er rætt at hetta vóru tølini sum vóru á borðinum í fyrra samráðingarumfarinum, men eftir nevndarviðgerðina í Sparikassanum er handan loysnin ikki aktuell longur. Á fundi við formansskapin í býráðnum í gjár varð avtalað at vit senda teimum eitt upprit, og verður tað sent í seinasta lagi í morgin...

Tann 9. oktober 2012 kemur ein felags áheitan frá kí, stjørnuni, team klaksvík, mjølnir og badmintonfelagnum. ... í kvøld kemur sokallaða hallarmálið fyri á fundi í kl- býráð.... heita vit á býráðið at klaksvíkar kommuna yvirtekur báðar hallirnar....

Tann 20. september 2012 er fundur í fíggjarnevndini hjá kl. Býráð har mailurin frá leiðsluni í sparikassanum er á borðinum... Tann 26. september 2012 er fundur i Mentanarnevndini um fíggjarviðurskiftini hjá Klaksvíkar Badmintonhøll, nevndin býtir seg í tveir minnilutar tá tilmælið um at gera ein sjálvsognarstovn verður viðgjørt.....

Tann 9. oktober 2012 er fundur í Klaksvíkar Býráð til viðgerðar eru tvey uppskot: uppskotið sum byggir á tilmælið frá Mentanardeildini er í stuttum soleiðis: ... Norðoya Sparikassi stuðlar við kr. 180.000 um árið , setir eina fasta rentu 5,5% í trý ár, stuðlar hallunum við einari mió. kr. til íløgu í nýtt tak á kí-høllina, avdráttarskáða í 2012, klaksvíkar kommuna stovnar ein sjálvsognarstovn og hækkar stuðulin til hallirnar við kr. 400.000 um árið. Broytingaruppskot frá Atla S. Justinussen: ... komunan yvirtekur hallirnar fyri ímestalagi 14,8 mió. kr. sum verður fíggja

við lántøku í sparikassanum..... renta 3,9%..... klaksvíkar kommuna setur eitt stýrið við 3 fólkum sum umsitur báðar hallirnar........ uppskotið samtykt við 6 atkvøðum

skuldu fíggjast við láni úr NS uppá kr. 14,8 mió til 3,8% í rentu.. .. avtalað var at sparikassin skuldi taka sær av tryggingarskaðanum í badmintonhøllini....

Tann 1. november 2012 sendir kommunustjórin ein teldupost til leiðsluna í Sparikassanum. Her verður biði um ein fund so skjótt sum tveir verkfrøðingar hava gjørt eina støðismeting av hallunum har mett verður um íløgutørvin.

Tann 22. november 2012 sendir stjórin í sparikassanum kl. Kommunu eitt yvirlit yvir hvat yvirtøkan kostar sparikassanum: .... samlaða skuldin er kr. 17,9 mió. kr...... 1,0 mió. kr. partabrøv í sp/f kí-høllini 0,3 mió kr afturførdar rentur í badmintonhøllini. 2,8 mió kr. avskrivað skuld 4,1 mió kr. íalt umframt 0,8 mió kr sum er fæi hjá fki grunninum. Tilsamans umleið 5 mió. kr. (RED: Nordlysid.fo hevur í øðrum greinum viðgjørt skuldina í hallunum báðum. Nevnast skal eisini at KÍ og sparikassin mistu hvør eina mió. kr. í partapeningi í p/f kí-høllini tá kommunan keypti kí høllina – KÍ hevur í roknskapinum avskrivað størsta partin, men á seinasta aðalfundinum var greitt frá at felagið hevði eina munnliga avtalu við leiðsluna í Norðoya Sparikassa um at fáa part av mista peninginum aftur í einari komandi stuðulsavtalu)

Avtala gjørd við Samkomustuðlar um framhaldandi nýtslu av Badmintonhøllini Tann 8. november 2012 var fundir á klaksvíkar kommunu har umboð fyri leiðsluna í klaksvíkar býráð, norðoya sparikassa og advokaturin hjá klaksvíkar kommunu og norðoya sparikassa. Til viðgerar er keyp av badminton- og ki høllini. Á fundinum verður staðfest at samkomustuðlar høvdu 1. veðrætt í badmintonhøllini og Sparikassin fyri uml 7- 800.000 kr. sparikassin hevði 2. veðrætt. Á fundinum var semja um, at sparikassin skuldi koma við einari frágreiðing um hvussu skuldin var uppstaðin og hvussu hon var avskrivað niður til 14,8 mió. kr. Keypið

av

høllunum

Tann 11. Desember 2012 Samtykkir býráðið at taka

upp samráðingar við NS um at keypa hallirnar fyri 14,8 mió. Kr. Fíggjað við láni úr NS. Tey sum atkvøða fyri eru Steinbjørn O. Jacobsen, Jákup F. N. Mikkelsen, Óluva Klettskarð, Signhild V. Johannesen, Atli S. Justinussen og Jákup Skoradal. Ímóti vóru: Gunvá við Keldu, Jógvan Skorheim, Elsebeth M. Gunnleygsdóttur og Auðunn Konráðsson. Á fundi sama dag í Mentunar-, Teknisku- og Fíggjarnevndini verður ein frágreiðing um málið frá umsitingini viðgjørd. Her verður m.a. mælt til at seta eina nevnd at stjórna hallunum og konkret uppskot eru eisini til nevndina og hóast býráðið tekur undir við tilmælinum verður ongantíð nøkur nevnd sett at stjórna hallunum. Tað gongur fram at samkomustuðlar sum hava tinglisnan brúksrætt í høllini sum stavar frá kontantum (1 mió. kr.) innskotið av pengum tá høllin var bygt hava fingið boðið 200.000 kr frá NS, ella brúks rætt í eitt tveyára skeið ella ognarrætt til ljóðútgerðina í høllini. Sparikassin og Samkomustuðlar “SS” hava gjørt semju at í 2013 og 2014 fær SS nýtslurætt til høllina í upp til 6 vikuskiftir um árið… … eftir hetta verður restin av óbrúkta nýtslurættinum 58 vikuskiftir svarandi til eitt virðið uppá


NR. 22 HÓSDAGIN 13. JUNI 2013

11

Badmintonhøllin hevur verið til gleðið fyri ítróttin.

580 túsund krónu. Sum kompensation fyri at strika restina av leigu- og brúksrættindunum fær SS ognarrættin til ljóðútgerðina í ihøllini umframt 200.000 kr. kontant. Um SS verður avtikin fara ognirnar til samkomuna í Betesda sambært viðtøkunum fyri grunnin “Samkomu Stuðlar”….. Tann 12. Desember 2012 Skrivar borgarstjórin, Gunvá við Keldu, bræv til stjóran í Norðoya Sparikassa: ….Býráðið á fundi gjárkvøldið samtykti… at kommunan keypir KÍ-høllina og Badmintonhøllina… … viðvíkjandi tinglisna servituttinum hjá Samkomustuðlar vísti viðgerðin í býráðnum at býráðslimir eru ónøgdir um at kommunan ikki verður heilt leys av hesari bindingini, men at kommunan má gjalda við einari 2 ára skiftistíð yvir fyri hesum eina bólki av brúkarum…. Heita tí á tykkum um at fáa avgreitt hetta mál so nýggja hallarnevndin kann byrjað við reinari talvu…. Tann 23. Januar 2013 er samskifti millum Norðoya Sparikassa og Klaksvíkar Kommunu. ….leiðslan í NS hevur boða frá at tryggingarskaðin (takið í Badmintonhøllini) sum krevur skjótar ábørtur ikki verður gjørdur

av Tryggingini… …. Leiðslan í Norðoya Sparikassa boðar frá at Badmintonfelagið er ikki serliga væl fyri at til hetta arbeiði. Norðoya Sparikassi hevur ikki orku ella hug til at átaka sær arbeiði og tí heitir NS á Kommununa um at taka sær av hesum… Tann 30. Januar 2013 Samtykkir ein meiriluti 7 býráðslimir endaliga at keypa hallirnar og rindaði kredittorinum Norðoya Sparikassa 14,8 mió. Kr. og fíggjar samstundis keypið hjá sama peningastovni. Kristian Eli Zachariasen, Signhild V. Jóhannesen, Óluva Klettskarð, Jóhann Lutzen, Jógvan Skorheim og Atli S. Justinussen atkvøða fyri og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Gunvá við Keldu og Eyðstein Ó. Poulsen atkvøddu ímóti.

Atli vann og Fólkaflokkurin tapti? At borgarar í Klaksvíkar Kommunu í dag hava fingið eina góða loysn – samanbygdar ítróttarhallir við virkisfýsnari leiðslu og nógvum møguleikum – er tað nógv sum talar fyri. Men samstundis vísir viðgerðin í býráðnum at tá talan er um eitt politiskt stórmál, sum rakar nógvar borgarar ið brúka hallirnar millum ár og dag, er politiska skipanin sera ávirkilig. Við at lesa alt skjalatilfarið sum bert partar eru brúktir í blaðnum far ein tað fatan at peningastovnurin, í hesum føri Norðoya Sparikassi, visti meira og hevði ein størri leiklut í tilgongdini, sum endaði við at Klaksvíkar Kommuna keypti hallirnar – enn politiska- og umsitingarliga leiðslan í býráðnum hevði. Hvørki býráðsleiðslan ella um-

sitingin í býráðnum avtalaðu keypsprís og lántreytir tí hetta varð gjørt á fundi millum ein býráðslim, Atla S. Justinussen og leiðsluna í Norðoya Sparikassa. Eftirfylgjandi slapp leiðslan í býráðnum at samráðast um bagatellir sum eitt nú hvørjum standi bygningarnir vóru í – tó uttan at hetta fekk ávirkan á keypsprísin. Men kanska var tað júst tí at býráðslimurin Atli S. Justinussen varð so sannførdur um at tað einasta rætta var at Kommunan yvirtók hallirnar at ein loysn var funnin, men samstundis fór hann uttan um

borgarstjóran, Gunvá við Keldu, og varaborgarstjóran og formannin í mentannarnevndini, Jógvan Skorheim. Jógvan Skorheim hevði annars vegna meirlutan í býráðnum, ført samráðingar sum endaðu við eini avtalu um ein sjálvsognarstovn. Tá so valúrslitið varð greitt segði Jógvan Skorheim farvæl til Fólkaflokkin og Atla S. Justinussen og skipaði samgongu saman við Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum.


12

NR. 22 HÓSDAGIN 13. JUNI 2013


NR. 22 HÓSDAGIN 13. JUNI 2013

13

HETTA ER EYÐUN KL AKSTEIN Vit hava hugt eftir, hvør fótbóltsliga søgan hjá nýggja KÍ venjaranum er. Sum leikari Eyðun er 40 ára gamal. Sum leikari vann hann nógv í yngru deildunum í gyltum árgangi við leikarum sum Toda Jónsson og Jan Andreasen. Eyðun fekk fyrstu ferð spælitíð á besta KÍ liðinum í 1991. Sama ár vann KÍ FM heitið fyri fyrstu ferð í 19 ár. Í 1992 leikti Eyðun við ÍF vegna arbeiðsumstøður. Síðani leikti Eyðun aftur í KÍ í 1993 og hansara kanska besta ár var í 1994, tá hann skoraði 12 mál í 15 landskappingardystum og bleiv 3. besti málskjútti í deildini hetta árið. Sama ár var Eyðun týdningarmikil í steypasigrinum hjá KÍ, tá liðið í finaluni vann 2-1 móti B71, har Eyðun fekk brotssparkið, ið gav KÍ leiðsluna í dystinum. Í 1999 er Eyðun við til at vinna tað seinasta FM heitið í søgu felagsins. Eyðun leikti við einstøkum undantøkum heilt fram til 2005 á besta liðinum hjá KÍ. 1992 árgangurin Á venjarasíðuni hevur Eyðun verið ein av undangongu monnunum hjá KÍ síðstu árini. Serliga kann hann setast í samband við 1992 árgangin, ið hann hevur fylgt síðani 2004. Har hevur liðið eisini vunnið fleiri FM heitir og annars tey flestu árini verið við til at mynda oddastríðið hjá hesum árganginum. Í hesum 1992 árganginum kunnu vit nevna leikarar sum Teitur M. Gestsson, Gunnar Christiansen, Sørmundur Kalsø, Ivan Joensen, Heðin Klakstein, Jóhan Jacobsen og Helgi Samson, ið allir hava leikt í Effodeildini í 2013. Eisini Oddmar Marsten og Ísak Simonsen frá 1993 árganginum hava annahvørt ár og onkuntíð meira spælt á saman við hesum leikarunum undir leiðslu av Eyðun. Í 2010 og 2012 var Eyðun eisini partur av venjaratoymi, ið vann steypakappingina hjá U16 (2010) og landskappingina hjá U18 (2012). Hesir leikarar eru einans 16-18 ára gamlir og higartil hava vit sæð Tórur Justesen og Poul N. Mikkelsen á vøllinum fyri KÍ í bestu deildini. Helst eru fleiri á veg úr hesum

árgangum komandi árini. Eisini hevur Euðun verið ungdómsvenjari og er í løtuni U19 landsliðsvenjari. Vaksnamannadeildirnar Í 2007 bleiv Eyðun Klakstein partur av besta hópinum. Fyrst sum hjálparvenjari hjá Tony Paris, men frá 11. umfari bleiv hann høvuðsvenjari hjá KÍ. Tá hann yvirtók hevði KÍ 11 stig eftir 10 umførum. KÍ endaði kappingina á 8.plássi. Í 2008 var Eyðun høvuðsvenjari fram til 21. Umfar, tá hann sjálvur segði seg úr starvi. Í 2009, 2011 og 2012 var Eyðun venjari hjá næstbesta liðinum hjá KÍ sum í 2009 og 2011 leiktu í 2.deild. Í 2009 endaði liðið nummar 1, men tapti á skrivara borðinum uppá eina klagu, sum viðførdi at KÍ endaði nummar 4. Í 2011 endaði KÍ nummar 1 og í 1.deild endaði liðið í 2012 á 5. plássi í sínum fyrsta ári í hesari deildini í fleiri ár. Við øðrum orðum er tað ein venjari, ið kennir KÍ út og inn. Burtursæð frá bestu deildini í 2007/2008, so hevur hann eisini góð úrslit at vísa á. Royndirnar í bestu deildini eru ikki so nógvar (einans 38 dystir), men hann hevur nógv ár á baki sum venjari í øðrum deildum. Nú vil so tíðin vísa, hvussu klaksvíkingurin fer at klára seg sum venjari í bestu deildini. Uttan iva størsta og mest spennandi uppgávan í hansara venjarasøgu. Jákup Ósa


14

NR. 22 HÓSDAGIN 13. JUNI 2013

Páll er glaður ”FØLI AT fyri tíðina í KÍ TÍÐIN ER RØ TT” Eg havi verið partur av felagnum í nógv ár og føli, at KÍ hevur nakað spennandi á veg. Eisini haldi eg, at tíðin til hesa uppgávuna er røtt nú, tí eg m.a. kenni og havi vant nógvar av leikarunum, sigur Eyðun Klakstein.

Jákup Ósa Mikukvøldið setti KÍ nýggjan høvuðsvenjara. Eyðun Klakstein skal taka yvir og er hetta aðru ferð, at hann tekur yvir besta liðið hjá KÍ. Norðlýsið hitti nýggja venjaran mikukvøldið eftir at avtala var gjørd. - Eg havi verið partur av felagnum í nógv ár og haldi at tað sær spennandi út í felagnum. Eisini havi eg verið við til at vant fleiri av leikarunum heilt frá tí, teir vóru smáir, so eg haldi at tíðin er røtt nú. At taka yvir mitt í einum ári hevur altíð sína avbjóðing, men leiðslan valdi at gera eina skifting og eg tók av sigur hann. Eyðun Klakstein hevði ikki bestu úrslitini seinast hann var venjari hjá besta liðinum. Men síðani tá hevur hann vant aðrar deildir við góðum úrslitum. Spurningurin er so, um vit koma at síggja ein broyttan venjara í mun til 2007 og 2008. - Ja tað vil altíð so vera. Tíðin var heilt ein onnur í KÍ tá. Nú er felagið í einari aðrari støðu og eg havi eisini nakrar royndir, sum eg

heilt avgjørt kann brúka. Eisini royndirnar, tá eg var venjari á besta liðinum seinast eiga at koma mær til góðar nú. Sum áður nevnt, so havi eg vant fleiri av leikarunum frá tí teir vóru lítlir. Teir kenna meg og eg kenni teir. Eg veit hvat teir kunnu og sjálvur haldi eg, at hetta eru sera spennandi leikarar, sigur Eyðun. Skulu vera meira stýrandi KÍ hevur í ár verið eitt álopssinnað lið, har skjótar umstillingar fyrst og fremst hava verið sterka síðan hjá liðinum. Spurningurin er so, um vit fara at síggja ein broyttan spælistíl framyvir. -Fyrst og fremst skulu vit halda uppá tær sterku síðurnar í núverandi liði. Hetta við álopsspæli og skjótum umstillingum. Men kanska fara vit at arbeiða við at vera eitt sindur betri til at halda bóltin á liðinum og stýra dystum, um hetta ber til. Men tað verður ikki verjufótbóltur, sigur nýggi venjarin. KÍ møtir sunnudagin

AB í Klaksvík. Eyðun hevur tí bara tveir dagar við venjingum saman við hópinum. -Eg vænti ikki, at ein fer at síggja stórvegis broytingar longu sunnudagin. Tað vildi verið býtt at fari at gjørt stórar kollveltingar. Leikara valið haldi eg eisini hevur verið á heilt góðari leið og vit skulu duga at brúka teir mongu góðu síðurnar, sum liðið hevur víst í ár. Og at innføra ein stíl, har vit kanska arbeiða ímóti at halda meira uppá bóltin tekur eisini tíð. Munandi meira tíð enn um ein skuldi innført verjufótbólt, sigur hann. Pauli hevur royndirnar Saman við Eyðuni er Pauli Poulsen settur sum hjálparvenjari. Hann hevur nógvar royndir úr bestu deildini, har hann m.a. hevur vant B68 og NSÍ. -Eg havi arbeitt saman við Paula Poulsen innan útbúgvingar hjá FSF. Hann hevur eisini nógvar royndir úr bestu deildini og kemur úti frá. Tað kann heilt sik-

kurt vera ein fyrimunur fyri meg og fyri KÍ, tí ofta síggja fólk tingini øðrvísi enn vit, sum hava verið í felagnum í nógv ár, sigur Eyðun um valið av hjálparvenjaranum. Til seinast spyrja vit, hvat málsetningurin er fyri kappingarárið í ár. - Hetta er ein spennandi hópur. Eg havi verið partur av einum hópi við nógvum dugnaligum fólkum, sum í umleið 2003 byrjaðu hetta arbeiði, sum felagið fruktar gott av í dag. Eg segði við Norðlýsið í 2007, at KÍ kann røkka heilt upp á tindin við egnum fólki og tá hildu fólk meg kanska vera býttan í høvdinum. Men viðvíkjandi málsetningi, so er tað nakað, sum eg og leikararnir mugu tosa saman um. Men man vil altíð hyggja uppeftir heldur enn niðureftir, sigur Eyðun Klakstein at enda. Sáttmálin millum KÍ og nýggja venjaraparið er galdandi til og við kappingarárið 2014.

og Klaksvík

Páll Guðlaugsson vil ikki siga stórvegis um avgerðina hjá KÍ leiðsluni. Men hann er glaður fyri tíðina í KÍ og Klaksvík. Tí eru ting, sum kundi verið øðrvísi. Jákup Ósá Mikukvøldið steðgaði samstarvið millum KÍ og Páll Guðlaugsson, ið hevur verið venjari hjá KÍ higartil í ár og alt kappingarárið í fjør. - Vit eru við í kappingini um løgmanssteypið og eru partur av toppinum í Effodeildini. Um KÍ eru betri nú enn tá eg kom til felagið, ja tað mugu onnur meta um. Men eg eri sera glaður fyri tíðina í KÍ og tað verður eitt tómrúm nú. Eg havi havt eitt fyrimyndarligt samstarv við leikarar, Jóan Paula Jacobsen (hjálparvenjara og ungdómsvenjara) og yngru deildirnar. Mær dámar eisini sera væl í Klaksvík, so eg vænti ikki, at eg fari avstað her frá enn. Fólkini her eru fyrimyndarlig sigur Páll Guðlaugsson við Norðlýsið. Hann vil ikki gera stórvegis viðmerkingar til, at samstarvið er steðgað. -Nei eg havi ikki stórvegis viðmerkingar. Tað eru umstøður sum gera hetta. Men eg kann siga, at tað eru ting, sum kundu verið annarleiðis. Sáttmálin er ikki hildin og hetta hevur vart í eina tíð. Men tað eru altíð tveir partar av eini sak, sigur Páll Guðlaugsson við Norðlýsið.


NR. 22 HÓSDAGIN 13. JUNI 2013

15

PISSAÐU Á HOTEL NORÐ

Ferðavinnan hevur ikki givið nógv til Viðareiðis. Tað segði Essa Petersen, tá vit hittu hann á Viðareiði mikumorgunin, tá hann fekst við gartnaraarbeiði. Hotellið á Viðareiði er bert opið um fólk gera avtalur við hotellið. Tað eydnaðist okkum ikki at fáa samband við Jógvan Heinesen, sum eigur hotellið, tí hann er við Christian í Grótinum, sum kommur. Heimildarfólk hansara søgdu, at hotellið á Viðareiði, Hotel Norð, er bert opið fyri skeiðvirksemi og størri selskapum, so sum brúðleypum og øðrum, og hotellið er nógv umbiðið til slík tiltøk. Sagt verður, at nærum hvørt vikuskiftið í summar er uptikið til slíkt virksemi. Ferðavinnan Sum sagt, so møttu vit Essa Petersen á Viðareiði mikumorgunin, tá vit vitjaðu. Essa er gamalur busførari og hevur koyrt nógv við bussi í Norðoyggjum. Hann harmaðist at hotellið ikki fekk meira burturav nógvu milliónunum, sum settar eru av til Ferðavinnu. Hann helt, at nærum alt fór til Høvuðsstaðin, har allir pengarnir vóru brúktir til at stuðla Smyril Line og virkseminum á Hotel Føroyum ella Hotel Borg, sum Essa helt at tað kallaðist tá.

at tað kom fleiri ferðir fyri, at vit frá hægstu myndugleikum fingu at vita, tá eitt ferðalag av turistum kom úr Havn, at vit skuldu taka ferðafólki úr Havnabussunum á parkeringsplássinum uttanfyri Árnfjarðartunnilin, Klaksvíksmegin. Tey vóru fyri tað mesta send av stóra hotellinum í Havn og høvdu matpakka við. Vit her norðuri, skuldu so koyra tey ígjøgnum tunlarnar norður um fjall, oman á Eiðsvík, har tey fingu loyvi at eta matpakkan í bussinum, tá veðrið ikki var til at eta á støðni, so niðan á Hotel Norð at pissa, kanska eitt legg í kirkjuna og so aftur til Ánir, har bussurin úr Havn stóð og bíðaði.

Forboðsskelti Eg minnist, at vit sum koyrdu bussar høvdu forboðsskelti í bussunum, har tað stóð, at ikki var loyvt at eta og drekka í bussinum. Tað var nú einaferð so,

at bussarnir í Havn, tordu illa, og summir kundu ikki, koyra igjøgnum tunlarnar norður um fjall. Hetta komst sjálvandi av at tunlarnir vóru so treingir, og tað eru teir enn ídag, at teir

størstu bussarnir gingu ikki ígjøgnum, og nógir førarar á smærru bussunum, tordu ikki at koyra ígjøgnum, tí tunlarnir vóru so ómetaliga trongir, at ansast skuldi væl eftir, um bussurin ikki

skuldi taka í onkustaðni. Pissaðu á Hotel Norð Men tá ferðalag kom úr Havn, tá vóru ongi mørk fyri hvat vit bussførarar fingu boð um. Eg minnist,

Sum við so mongum øðrum, so áttu vit at havt gjørt vart við okkum tá, men, sjálvandi vit fingu nøkur oyru fyri koyringina, so…, segði Essa Petersen at enda.


16

NR. 22 HÓSDAGIN 13. JUNI 2013

HB GREIÐUR FAVORITTUR 13. umfar í Effodeildini: Metingar

HB kann sunnudagin leggja seg 9 stig framum næstu liðini við sigri á ÍF.

Jákup Ósa EB/Streymur-Víkingur EB/Streymur er komið í gongd og er formliðið í deildini. Tað vísti seg, at tað skuldi ikki meir til enn at fáa Egil á Bø aftur á liðið. Avrikið seinast móti HB var sannførandi við góðum verjuspæli og ágangandi kontraspæli. Júst sum vit kenna EB/Streym. Eisini er møguleiki fyri, at Arnbjørn Hansen verður at síggja aftur á vøllinum hesaferð. Víkingur hevur uttan iva havt gott av landsliðssteðginum, tí gongdin var alt annað enn góð frammanundan. Liðið er á 8. plássi, men tað skulu bara nakrir sigrar til, so kann liðið liggja á Europa plássum. Bæði liðini hava havt einstakar leikarar við landsliðunum, so har skuldi ikki við stórvegis munur. Sundal-

agsstevna er og Norðlýsið væntar, at heima áskoðararnir fáa bæði steyp og 3 stig. Tipping: 1 NSÍ-07Vestur NSÍ liggur í løtuni í miðjuni av deildini og hava eins stuttan veg til bæði 2. pláss og 8. pláss. 5 stig eru báðar vegir. Vit hava sæð fyrr í ár, at NSÍ hevur havt trupulleikar við at vinna á liðunum í niðara endanum av stigatalvuni. Hesi hava ofta spælt verjukent. Tí stendur ein ávís avbjóðing fyri framman, hóast greiðan favoritt leiklut til NSÍ. 07Vestur liggur í løtuni í tungum sjógvi og møguleikarnir fyri at halda sær í deildini kámast fyri hvørt umfar, har vágamenn ikki fáa nakran sigur. Teir hava higartil bara vunnið ein dyst í ár.

Hetta verður ein dystur, har 07Vestur helst fer at liggja djúpt og satsa uppá kontraspæl, meðan NSÍ fer at hava bóltin. Vit vænta, at NSÍ fær hol á og vinnur dystin. Tipping: 1 HB-ÍF Toppdystur í Gundadali millum tey bæði fremstu liðini. Og tó, greiður munur er á stigatalvuni millum liðini, har HB undan dystinum liggur 7 stig frammanfyri ÍF. HB tapti fyrsta dystin seinasta umfar, tá teir leiktu við Margáir. HB hevur eisini havt nógvar leikarar við landsliðinum seinastu vikuna, so fyrireikingarnar hava ikki verið optimalar. Hjá ÍF er tað stórur smeitur, at Høgni Madsen hevur leikbann, nú hann longu hevur sam-

lað sær 8 gul kort. ÍF hevur annars havt gott tak á HB seinastu árini, men fyrr í ár vann HB dystin millum liðini í Fuglafirði. Og hóast talan er um toppdyst, so er HB greiður favorittur hendan dystin. Tipping: 1 TB-B36 TB elskar at spæla á heimavølli. Har hava teir ikki tapt í ár og av røttum kundu teir kanska havt fingið enn fleiri stig, har dystirnir endaðu við javnleiki. Á U21 landsliðinum hava vit seinastu vikuna sæð, at TB hevur góðar framtíðar leikarar í væntu. B36 fekk seinast ein hart tiltrongdan sigur á Norðoyastevnu. Annars hava teir fyri tað mesta bara spælt javnleikir í ár. Hesaferð verður Súni Olsen ikki við vegna

skaða frá landsdystinum. Liðini spældu fyrr í ár javnleik í Gundadali, tá TB lá langt afturi á vøllinum og koyrdi eftir javnleikinum. Hesaferð kann ein annar dystur væntast, har TB kemur at spæla meira við. Hugburðurin tykist altíð framúr hjá aldurforsetanum og á liðinum finnast nógvir góðir leikarar. Tí er tíðin fyribils farin, har vit undirmeta teir. Liðini spældu javnleik fyrr í ár og ein javnleikur er eitt gott boð aftur her. Tipping: X KÍ-AB KÍ er í lítlari kreppu, um vit hugsa um gongdina seinastu dystirnar. Bara ein sigur seinastu 8 umførini, ið kom móti 07Vestur er soltna úrtøkan. Venjaraskiftið er fram og nú situr

Eyðun Klakstein venjarasessinum, har hann hevur nógvar av leikarunum, ið hann hevur vant frá tí teir vóru smádreingir. Vegurin upp á 2. pláss er stuttur og landsliðssteðgurin eigur at hava gjørt, at teir bláu nú byrja av nýggjum uppá ein gongd við betri úrslitum. AB vann seinast sín fyrsta dyst og so er spurningurin, hvørja ávirkan hetta hevur á liðið, sum framvegis hevur langt upp til strikuna. KÍ kemur nokk at stýra, meðan AB fer at liggja við nógvum fólki aftanfyri bóltin og síðani spæla uppá umstillingar. KÍ er væl betri í dygd og Norðlýsið væntar, at nýggi KÍ venjarin fær eina góða byrjan. Tipping: 1


NR. 22 HÓSDAGIN 13. JUNI 2013

17

15. juni verður F inn Gudmundsson 70 Eg veit ein góðan seyðamann, og tað er Finn Gudmundsson. Finnur er eitt natúrmenninskja. Hann er eitt við umhvørvið í Klemmuni. Her er hansara gongd sum røktingarmaður og álitismaður. Trúfastur er hann sum trøllið. Ja, fert tú t. d. snimma á morgni ein sunnumorgun í lembing ella bara so hissini ein túr Norður í Líð, so møtir tú einum kimiligum og røskum manni, Finni, sum í hesum aldingarði við síni inniligu sál røktar hagan úr fjørukletti upp í tær hægstu røkurnar , evnað til úr Guðs hond, brýnt av vindi og veðri í milliónir av árum. Ja, tað er altíð ein gudagivin løta at vera á fjalli í Klemmuni saman við Finni og fjallskipanini. Hesir menn, eins og allir fjallmenn í bygdini og Føroya landi, hava sett síni fingramerki í stein og tinnu síðani landnámið og fara um sína ódn stillisliga, men eisini við onkrum rópi av og á. Atferðin hjá hesum monnum og skavi av fjallstavum er ritað í Borgina, Eysturskarð, Gjókluft, Ennigarð og bæði í Heimarugjógv og Norðarugjógv. Slíkar poetiskar framstillingar finnur tú kring alt landið, men tá ið Finnur við hundinum Leiku ta einu løtuna er niðri við sjóvarmálan og næstu løtu uppi undir Svarthamarsrók, ja, so standa vit aðrir, ið ikki hava hesa styrkina í okkara knæsbótum og undrast . Undrast tað skalt tú, men Finnur Gudmundsson strýkur av stað sum ein hvirla oman og niðan, og verður hann ikki tikin, - sjálvt hetta er eitt undur. Um at realisera seg sjálvan Ja, á einum sinni vit vóru á fjalli í skurð, so var skeið í Havnini um at realisera seg sjálvan. Hetta umrøddu vit, áðrenn vit tóku okkum niðanfrá, at taka í egnan barm og verða realistiskur í eini fjallgongu. Eg havi havt tann heiður, saman við Hálvdani Mohr, fyrrv. lærara og samstarvsfelaga,

anda, sum livir í hvørji spjørr , hjálpirót, kleyv, tinnu, hvørjum strá, lyngi og hvørjari steinsettu rók. Her er røktingarmaðurin hvørki hábundin ella í hafti, men livir sítt sæla lív í einum altarkringi skaptur av tí almáttuga, ið letur vínið í bikarið og gevur breyðið á tungu til fjallskipanina væl hjálptur av røktingarmanninum. Eins og ein deknur stendur Finnur á hamarsenda, kórsgáttini, og lesur Fjallaprædikuna fyri seyði og fjallmonnum. Borgin ovast uppi er altarið og altartalvan. Nærri einum ediligum røktingarmanni kanst tú ikki koma, har morreyða troyggjan og blái jakkin serliga festir seg við bláu kápuna hjá Mariu Moy. Jørðgrøni liturin, grái steinamosin, skarðlendi , ljósu skýggini og blágráa himmalhválvið flytur okkum sum eina forsjón til eina lívrunna verð, sum ikki er av hesum heimi. Hetta vita vit, men einki verður sagt um hetta, tí tað livir í natúrini, í okkum og í seyðinum.

at fara niðanfrá saman við honum, upp ígjøgnum Gjóstýggj og upp í Tungu, har ein viðtøkugarður er og skal ansast eftir, at seyðurin ikki ferð um hetta hegnið, men verður bendur heimeftir aftur. Mangan er eitt fylgi komið turnandi norðureftir undir Svarthamarsrók, og vit hava staðið við endan av hesum garði og hildið fast um okkara ódn. Henda dag, meðan skeiðið var í Havnini um at verða realistiskur og realisera seg sjálvan, stóðu vit báðir Hálvdan her við henda garð. Nú fylgið kemur norðuryvir, letur í Hálvdani: ” Frits, realisera nú teg sjálvan, tú nú!” Her stóðu vit negldir fastir í ein veruleika,

sum ikki var ein uppruni á einum skeiði í Havnini, men ein siðvenja frá farnum døgum í øldir. Finnur Gudmundsson er realistur, hann er longu komin úr fjørukletti við sínum fylgisneyta, Leiku, og er nú ovast uppi á Rustini oman fyri Eysturskarð. Hann rópar, at nú kemur fylgið norðuryvir. Sleppur tað, so er eingin bót, so fer tað longri norðureftir, sum vargur við vaðhornunum millum lagkleyvar og drunn líkt urguspælara, ið treður urguna ein høgtíðsdag í kirkjunu. Fjallaprædika Tað er ein ávísir hátíðardámur yvir røktingarmanni og fjallmonnum, tá ið vit standa ovast uppi í hesum stóra katedrali, sum umboðar alt undan skaparans listakendu hond. Alt er eitt ævinleikaboð av magn og

Sissal Gothard Danielsen, Strendur, og Olgar Jan Sámalsson Lervig, Skáli. Brúdleypið verður hildið í Bygdarhúsinum á Strondum kl 19. Tey, ið ynskja at hátíðarhalda dagin saman við okkum, kunnu tekna seg hjá Sissal (sissaldanielsen@live.dk, tlf. +45 29 92 21 70), hjá Olgar Jan (olgarjan@gmail.com) ella hjá Eyðbjørg Lervig (tlf. 74 16 76). Tekningarfreistin er 15. juni.

Hjartaliga til lukku við teimum sjeyti árunum og takk fyri manga góða løtu í Líðini. Frits

90 ára føðingardagur

Brúdleyp Leygardagin 27. juli kl. 13 giftast í Skála Kirkju

Finnur er sonur Eivind Gudmundsson og Signhild Gudmundsson, gentunavn Finnson. Omma Finn í móðurlegg, Elisabeth Maria Johannesen, var dóttir Ole Johannesen f. 1869 og Súsannu Malenu Haldansen f. 1868. Óli var ættaður av Sýnini í Oyndarfirði , og Súsanna Malena var ættað úr Lamba. So Finnur hevur røtur bæði í Oyndarfirði og í Lamba eins og greinskrivarin. Nú eru runnin sjeyti ár á ti jarðiska hagapartinum, har hann er føddur í Lamba og uppvaksin á Glyvrum og í Lamba. Giftur við Jonu, skyldkonuni úr Fuglafirði – dóttir Alvildu og Poul Christiansen. Faðir og Alvilda vóru systkinabørn. Børnini eru Eyð, Pól og Signhild, og eiga tey seks ommuog abbabørn. Finnur er uppkallaður, so tey eiga ein lítlan, fittan røktingarmann í Havnini.

Leygardagin 15. Juni fyllur Valborg Vang 90 ár. Dagurin verður hildin í Mylnugøtu 3 frá kl. 14.

Silvurbrúdleyp Tann 25/06/2013 hava Sólarn & Fríða Isaksen verið gift í 25 ár, dagurin verður hildin á Húsum leygardagin 29/06/2013 frá kl:15.00. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Øll eru hjartaliga vælkomin.


18

NR. 22 HÓSDAGIN 13. JUNI 2013


NR. 22 HÓSDAGIN 13. JUNI 2013

19

EYSTANSTEVNA Í RUNAVÍK 13. - 17. JUNI Hósdagur 13. juni

kl. 17.30 Heilsurenning - Renn/Gakk tiltakið er fyri ØLL kl. 18.30 Fótbóltsdystur millum Nes Kommunu og Runavíkar Kommunu kl. 20:00 Stór gospelkonsert í Løkshøll

Fríggjadagur 14. juni kl. 11.30-21.00 Café 44 hevur opið kl. 12.00 Kampingøkið við bátahylin letur upp kl. 13.00-18.00 Bókasavnið við Løkin hevur opið kl. 16.00-20.00 Hilmar Højgaard og Jørgen Olsen sýna fram í býráðssalinum kl. 16.45 Fótbóltsdystur á FIFA-vøllinum á Glyvrum, Gentir-U6 kl. 17.15 Fótbóltsdystur á FIFA-vøllinum á Glyvrum, Dreingir-U6 kl. 18.00 Báta- og Kampingtreff við bátahylin í Runavík møtast út fyri Saltnes kl. 18:00 kl. 18.00 Karnival luttakarar møtast við Skúlan við Løkin kl. 19.00 Stóri Karnevalurin á stevnuøkinum. kl. 19.00 Fótbóltsdystur, á vøllinum við Løkin, 2.deild (NSÍ-Skála) kl. 19.00-23.00 Tivoliøkið, Vaflucaféin og pylsuvognurin hava opið kl. 19.00 Hallur Ellingsgaard, býráðslimur, setur Eystanstevnuna kl. 19.00 Nes Sóknar Musikkfelag spælir á stevnuøkinum kl. 19.00 2.deild menn NSÍ-SKÁLA á vøllinum við Løkin. kl. 20.00 Jens Marni á stevnupallinum.

kl. 21.00 Jógvan Joensen á stevnupallinum. kl. 21.00 Millum Steinarnar – Eystanstevnukabaret í Løkshøll kl. 21.00 Ungdómsmøti í Missións- og Ungdómshúsinum á Glyvrum kl. 21.30-23.30 Rock konsert í Heiðatjaldinum The Happening og Jürghinn

Dreingir U16 (NSÍa- Fc Sud)

Sunnudagur 16. juni

kl. 14.00-18.00 Bókasavnið við Løkin hevur opið

kl. 11.00 Gudstænasta í Glyvra kirkju við Meinhard Bjartalíð

kl. 14.00 Jóna Olsen á stevnupallinum kl. 14.30 Barbara Gaardbo og Oddmar Nielsen framføra á stevnupallinum

kl. 14.00-19.00 Café 44 hevur opið kl. 14.00-18.00 Bókasavið við Løkin hevur opið

kl. 15.00-18.00 FM róður á Sundalagsstevnu verður útvarpaður á stevnuøkinum

kl. 22.00-04.00 Peche: Kenneth og Albin spæla live tónleik

kl. 14.00 Um viðrar vitjar MC Felagið á stevnuøkinum

kl. 15.00-18.00 Bygdasavnið Forni er opið

kl. 15.00 Boccia kapping, Svanur skipar fyri.

kl. 00.00-04.00 Dj-show við Dj End Banshees í Heiðatjaldinum

kl. 16.00-20.00 Hilmar Højgaard og Jørgin Olsen sýna fram í býráðssalinum

kl. 15.00 Almen Havsvimjing á fjørðinum, frá Sjógv inná bátahylin í Runavík.

kl. 16.00 Epic barna- og familjufilmur í Løkshøll

kl. 15.00-18.00 Bygdasavnið Fornið er opið

kl. 17.30 Upphiting til Effo dystin í Heiðatjaldinum v/ andlitsmáling

kl. 16.00-20.00 Hilmar Højgaard og Jørgen Olsen sýna framm í býráðssalinum

kl. 18.30 NSÍ-07 Vestur, Effodeildin, spæla á vøllinum við Løkin

kl. 16.00 Barnatiltak v/ Angelu og Hannibal

Leygardagur 15. juni kl. 09.00 Fótbóltskapping á vøllinum við Løkin, Gentur-U10 kl. 10:00 Fótbóltsdystur á vøllinum við Løkin, NSÍ-Skála og B68-EB/Streymur (a&b liðini) kl. 10:20 Fótbóltsdystur, við Løkin, Dreingir -U12 NSÍb-Skálab, Steypadystur kl. 10:30 Fótbóltsdystur, á vøllinum við Løkin, Gentur-U8 NSÍa-Skála a kl. 11.00 Fótbóltsdystur, á vøllinum við Løkin , Dreingir-U8, Medalju dystur kl. 11:00 Fótbóltsdystur, á vøllinum við Løkin, Dreingir-U12 (NSÍa), Steypadystur kl. 11:00 Fótbóltsdystur, á vøllinum við Løkin, Gentur-U8 NSÍb-Skálab kl. 11.30-21.00 Café 44 hevur opið kl. 11.45 Fótbóltsdystur (steypakapping), á vøllinum við Løkin, Dreingir-U14 (NSÍa-KÍa) kl. 12.30 Skúlaskipið, Georg Stage kemur til bryggju við Runavíkar havn kl. 13.00 Fótbóltsdystur, á vøllinum við Løkin, Dreingir U14 (NSÍb- FC Sud) kl. 14.30 Fótbóltsdystur, á vøllinum við Løkin,

kl. 19.30 Brøðrasamkoman fyriskipar útimøti á stevnupallinum kl. 20.30 Hans Andrias Jacobsen framførir á stevnupallinum. kl. 21.30 Marius Ziska og Allan Tausen spæla á stevnupallinum. kl. 22.00-04.00 Peche: Spæla Hans Andrias og Lindi Gardar live tónleik kl. 22.15 Nes Sóknar Musikkfelag spælir á festivaløkinum kl. 23.00 Midnáttarsamkoma: Kórið hjá Jóhan syngur og Theodur Olsen, prestur flytir fram røðu. kl. 00.00-01.00 “Syngið við” í heiðatjaldinum Sverri Justinussen, Eyðun Gaardbo, Ludvík við Stein og aðrir leggja til rættis kl. 01.00 Four MENh spæla til gamlamannadans í heiðatjaldinum. (Njál R. Petersen, Anfinn Jacobsen, Hugo Leo, Mouritz Mohr)

kl. 17.00 Hundashow á stevnuøkinum kl. 17.00 Sangmøti í Missións- og ungdómshúsinum á Glyvrum, Simona Knudsen talar. Vitjan av Frelsunarherinum kl. 18.00 Maibritt Josenius Hammer framførir á stevnupallinum. kl. 19.00 Frelsunarherurin við sangi og hornblástri framføra á stevnupallinum kl. 20.00 Kvøldseta í Løkshøll, 100 Dkk,-

Mánadagur 17. juni kl. 13.00-18.00 Bókasavið við Løkin hevur opið kl. 18.00 Millum Steinarnar – Eystanstevnukabaret í Løkshøll kl. 19.30 Fótbóltsdystur, á vøllinum við Løkin U18 (NSÍ-B36) kl. 20.30 Millum Steinarnar – Eystanstevnukabaret í Løkshøll

Les meria á www.eystanstevna.fo


PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD: OLIVER JOENSEN

BOX 58 - 710 KLAKSVÍK - TEL. 456285 - INFO@NORDLYSID.FO

amr.fo


Nordlysid nr 22 2013