Page 1

9

NR. 20 HÓSDAGIN 30. MAI 2013 / 62. ÁRGANGUR / KR 30,00

772245 065007

Síða 5 -7 Síða 18 -2 2

Norðoyastevnu & Truckerfestival skrá í blaðnum síða 10 - 13

Vilt tú hava eina uppliving, ið tú valla fært aðrastaðni, so

VITJAÐ NIELS Í HORNI Síða 1 4 -1 6

Tú trýnir inn í eina aðra verð, so er tað tí, at øll húsini sum tey eru eru eitt listaverk í sær sjálvum, og ikki minst eitt savn av alskyns lutum.....

EG KLEMMAÐI TALU, SPÆLDU ALTÍÐ TIL CHRISTIAN OG FAST VARÐ S í ð a DANS Í ATLANTIS BIO Í GRÓTINUM Síða 8-9 FARIN TIL 24 FISKISKAP

Síða 2- 4


2

NR. 20 HÓSDAGIN 30. MAI 2013


NR. 20 HÓSDAGIN 30. MAI 2013

3

CHRISTIAN Í GRÓTINUM FARIN TIL FISKISK AP

Síðani nýggi Christian í Grótinum varð keyptur, hevur hann ligið á K lak sví k , her ymisk ar broy tingar eru gjørdar umborð á sk ipinum. Tá menninir frá Klaksvíkar Sleipistøð vórðu við at rigga tað seinasta av, var Norðlýsið umborð og her fingu vit eina lítla frágreiðing frá arbeiðisformanninum Gert Norðoy frá KSS. Hetta hevur verið ein stór uppgáva hjá okkum, sigur Gert Norðoy, tað hevur verið sera spennandi og ein

stór avbjóðing hjá okkum at luttaka í hesum arbeiðinum. Vit hava verið í samstarvi við KJ Hydraulik í Fuglafirði um hetta arbeiði, eisini saman við øðrum undirleverandørum. Broytingin sum gjørd er við skipið er, at manningin nú kann pumpa fiskin inn á hekkuni, ístaðin fyri, sum

gjørt var tá skipið var a norskum hondum, tá fiskurin var tikin inn á síðuni. Fyri at kunna gera hetta, hevur verið neyðugt við einum 18 tumma røri av fordekkinum og aftur á hekkuna. Ein stór avbjóðing hjá okkum hevur verið at festa eitt spæl á afturdekki, ið hivar 50 tons og he-

vur eina bremsumegi uppá 100 tons. Hetta hevur kravt ógvusligar styrkingar av dekkinum, og okkara fólk hevur her arbeitt við ógvusligum dimensiónum at stáli. Eisini er ein stórur kráni festur uppi á golganum aftan og eisini ein ógvusligur blokkur.

Eg haldi eg kann siga, at arbeiðið hevur gingið væl. Sjálvandi teir, sum eiga skipið halda altíð at tað kundi gingið skjótari, men nógvar broytingar hava verið gjørdar ímeðan arbeiðið hevur gingið framá, so vit eru stak væl nøgdir við gongdina, sigur Gert Norðoy frá Klaksvíkar Sleipistøð.

Eyðun Rasmussen, segði mikumorgunin, at Christian í Grótinum og Norðborg skuldu fara til fiskiskap mikukvøldið. Skiparin á Christian í Grótinum hevur sett tíðina til kl. 20 í kvøld, imeðan Norðborg ætlar sær avstað kl. 22. Skipini fara at partro-


4

la. Umbyggingin sum vit hava gjørt á dekkinum á Christian í Grótinum, gera at vit kunnu pumpa fiskin inn aftan. Fyrimunurin er, at vit sleppa frá at taka posan frá, sum man ger tá tikið verður inn á síðuni, so mannagongdirnar vera einfaldari og vit spara eitt sindur av fólki. Umframt broytingarnar á dekkinum, hava vit eisini gjørt ymiskt annarleiðis á fabrikkini eisini. Skipini fáa nú makrel, sigur Eyðun Rasmussen víðari. Sum eg havi skilt, so hava skipini verið her norður eystur úr Fugloynni og sum skilst, so hava tey fingið væl av makreli seinastu tíðina.

NR. 20 HÓSDAGIN 30. MAI 2013


NR. 20 HÓSDAGIN 30. MAI 2013

5

TÁ JÁKUP OLSEN DRUKNAÐI

í ánni í Múla, tann 25 des. 1902

Múla, model eftir S. Fredriksen 1970. Norðoya Fornminnasavn

Andras Sólstein skrivar Jólamorgun, tá arbeiðsgentan hjá Niels Petersen, bónda í Múla, Súsanna Olsen fór út fyri dyr at kastað øsku í ánna, beit hon merki í, at okkurt løgið lá í ánni, og tá fólk komu til, vísti tað seg at vera Jákup Olsen, 28 ár, og sonur Óla og Jóhonnu Har Frammi í Múla. Hann var deyður. Hetta var ein skelkandi hending, og fleiri søgur fóru at ganga, um hvat mundi verða fyrifarist, og í onkrum leysasøgum var rættuligur dramatikkur í, sum um okkurt illgrunasamt ella ófrættakent var farið fram. Bløðini skrivaðu soleiðis um tilburðin: “.....Tá fólk fór út í tún fyrsta jólamorgun, funnu tey líkið av dronginum. Hann lá undir lækjuni. Klæðini vóru skrødd, fleiri knappar vóru slitnaðir úr troyggjuni, annar vøtturin lá á trappusteininum nakað burturfrá, og í lummanum funnu tey bert eitt ur, hóast hann hevði havt tvey við sær, tá hann fór avstað” Viderø hevur hesa søguna; “Jógvan hevði eisini ta sorg at missa bróðurin Jákup, sum var á háskúla

Múla um 1870. Kort gjørt eftir S. Fredriksen. Andras Sólstein.

í Føgrulíð, og skuldi heim til jóla, men fórst í kavaroksódn. Hann vann heim í bygdina, men var so útmøddur, at hann slapp ikki um ánna. Tey sótu í lestri í bóndahúsinum – kvøldbøn-. Hundurin órógvaðist og rann út ímóti hurðini, goyggjandi,-men ikki varð farið út at vita, hví hundurin goyði. Helst tí, at tey hildu hann síggja okkurt, sum eingin maður mátti síggja, ella tí at tey vildu ikki fara frá lestrinum, eins og siður var. Men morgunin eftir varð Jákup funnin deyður har við ánna--

Tann 25 des. 1902 kemur Jóhannes Fredriksen úr Múla inn til sýslumannin, Klæmint Olsen í Klaksvík, og boðaði frá einum deyðsfalli í Múla. Tað var Jákup Olsen, ið var funnin deyður í ánni um níggjutíðina hendan sama morgun. Annað visti Jóhannes Fredriksen ikki at greiða frá, tí hann var beinanvegin farin til Klaksvíkar við boðunum, og meira bleiv ikki gjørt burturúr fyrrenn sunnudagin 28 des. 1902. Tey avhoyrdu vitnini vóru, Niclas Hans Niclasen, 25 ár av Skálatoftum. Jógvan Olsen, 32 ár, Múla. Albert Justesen, 66 ár Múla.

Niels Petersen 60 ár Múla og Súsanna Olsen, 30 ár. Múla. Niklas Hans Niclasen greiðir frá, at Jákup Olsen kom inn til teirra, inn í Kongsstovuna á Skálatoftum til foreldrini hjá sær kl. 14.30 tann 24 des. Hann spurdi meg, um eg helt, at hann fór at hava dagsljósið við sær til Múla, og eg svaraði, at í góðum líkindum hevði einki verið at ivast í, at hann kundi náa Múla meðan lýsi var, men eg greiddi honum frá, at eg metti veðurlíkindini at vera alt ov vánalig at fara um Múlan. Til hetta svaraði

Jákup, at eftir hansara tykki var tað gott gonguveður, og í tí sama gjørdi hann seg til at fara. Niklas fylgdi Jákupi út fyri dyr. Hann beit merki í at Jákup hevði ein pjøka á rygginum, stav í hondini, men onga hettu. Jákup fór til gongu eftir gøtuni, og hann gekk skjótt. (..ved rask gang fulgte den rigtige vej fra Skaaletofte...) Tá sýslumaðurin spyr um Jákup var edrúur, svarar Niklas, at eftir hansara tykki var hann blankaedrúur, og inni hjá teimum neyt hann einki. Meira visti hann ikki at siga frá. Tann 25 des., jóladagsmorgun umleið kl. 9, fer Súsanna Olsen, arbeiðsgentan hjá Niels Petersen, út í ánna við øsku, og sær eitt fólk liggja við løkin. Hon rennur beinanvegin innaftur til húsbóndan, og sigur frá, men hann helt tað kanska kundi vera onkur stórur bøkkur, ið var losnaður av áarførinum, hann fór tó ikki upp, tí hann var sjúkur. Súsanna fer so útaftur, og inn til Albert Justesen, sum var í ferð við at lata seg í, og sigur at okkurt liggur í ánni, og biður dóttur hans-

ara koma við sær út. Albert og verðsonurin Hans Peter Andreasen fara sjálvir beint aftaná, og síggja við tað sama, at eitt fólk liggur í ánni, og Albert kennir beinanvegin hin deyða. Tað er Jákup. Albert skundar sær inn til beiggja Jákup, Jógvan, og sigur honum hvat er áfatt, og teir fara so beina leið í ánna at taka hin deyða Jákup upp. Hann liggur í ánni við høvdinum ímóti streyminum. Høvdið og ein partur av kroppinum er heilt undir í vatni, og hendurnar eru saman undir bróstinum, ella ovarlaga á búkinum. Áin er ikki serliga stór, og hann liggur soleiðis at kroppurin hevur skapað ein hyl rundan um hann. Teir bera hann inn til Jógvan. Innkomnir skóru teir í stundini klæðini av honum og løgdu tað í eina song. Jógvan kannaði beinanvegin um nakað lívstekin var, men likamið var stívt, og tað var eisini kalt allastaðni. Albert, sum ikki var heilt frískur, kemur stutt eftir inn til Jógvan. Hann er líkskoðari í bygdini, og saman við hinum kannað


6

NR. 20 HÓSDAGIN 30. MAI 2013

Fólkateljing 1901 Múla

Múla mai. 2013. Andras Sólstein.

Jógvan Har Frammi, beiggi Jákup Olsen og konan Elsa. Norðoya Fornminnasavn

Har Inni Niels Petersen Sunneva (f. Joensen) Else Kathrine Guttormsdatter Susanna Olsen Sunneva Fredrikka Justesen

f. 1842. Husfader. Kongsbonde f. 1849. Husmoder f. 1815. Slægtning f. 1872. Tjenestepige f. 1888. Slægtning

Har Norði Hans Pauli Andreasen Else Fredrikke (f. Justesen) Albert Michael Justesen Johanne Elisabeth Andreasen Daniel Joh. E. Andreasen Albert Andreas Andreasen Eliesar Sofus Andreasen Olaf F. Andreasen

f. 1852. Husfader. Opsidder, fisker f. 1859.Husmoder. f. 1836. f. 1889. Barn f. 1890. Barn f. 1893. Barn f. 1898. Barn f. 1900. Barn

Har Uppi Johannes F. Fredriksen Anne Marie (f. Gregersen) Else Kathrine A. Fredriksen. Simon Fredriksen Sofie Katrine Fredriksen

f. 1869. Husfader. Husmand. f. 1867. Husmoder. f. 1871. f. 1831. Fhr. Husmand. f. 1875.

Har Frammi Joen Fr. Olsen fisker. Anne Marie Mikkelsen Elisabeth Fr. Olsen Johanne Petersen (f. Joensdatter)

f. 1870. Husfader, odelsejer,

f. 1845.Husbestyrerinde f. 1865. Krøbling f. 1819. Fattighjælp.

Skálatoftir Kongsstovan 1901 Simon Fr. Niclasen f. Kongsfæster Anna Niclasen Lea Henrikssen Margrethe Henrikssen Niclas Hans Niclasen Johannes Niclasen

teir likamið. Teir eru allir samdir um, at deyðin langt síðani er íkomin. Deyðsteknini vóru stirðningur, eyðuni vóru brostin og likamið ísakalt. Tað einasta, ið annars sást á líkinum, var ein stoytur á høgra knæ, men hann var so lítil, at hol var ikki komið á húðina. Kanska var eitt sindur av blóðið ímillum skins og hold, men tað var einki tekin til nakað beinbrot. Í aðra mátar sást einki annað

á líkinum, einki sár ella nakar annar løstur, ið kundi týtt á nakran harðskap ella tílíkt. (ikke nogen tegn på vold). Tað var heilt týðuligt at Jákup langt síðani var deyður. Teir kannaðu fleiri ferðir líkið, og seinastu fer saman við Jákup Olsen úr Norðdepli, sum eisini var líkskoðari. Hetta var beint aðrenn jarðarferðina tann 31 des., men teir komu til sama úrslit. Nær

hann

mundi

vera

deyður, vistu fólkini í Múla ikki. Niels Petersen sigur, at deyðstekini vóru púrasta vanlig, tó eitt sindur seinkað, kundi ein roknað við, tí tað var so kalt úti. Men hann leggur afturat, at Jákup kann vera deyður um eitt tíðina um náttina, tí tá var rættuligur fjáltur á hundinum hjá honum, og hann goyði hart, men tey tóku sær ikki tikni av tíð, tí tey hildu at kanska tað var okkurt av hinum bygdafólkunum, ið var úti, og tað var hetta,

ið órógvaði hundin. Men Niels heldur so, at tað hevur verið Jákup, ið er farin framvið húsinum hjá sær, er farin í ánna, hevur verið áhalsin, og er druknaður á veg tvørtur um. Men Súsanna er ikki heilt samd við Nielsi, tá hann sigur, at hann heldur at Jákup doyði um eitt tíðina, tí hundurin goyði. Súsanna fortelur, at hon var í ánni eftir vatni stutt aftaná at hundurin hevði goyð, og beint har

líkið bleiv funnið, men tá var eingin Jákup í ánni, og hon trýr einki uppá at hann var komin at liggja har, uttan at hon hevði sæð hann, ella lagt merkið til okkurt. Meira vistu fólkini í Múla ikki at siga frá um hendingina. Jákup Olsen var sonur Óla og Jóhonnu. Óli Joensen úr Múla giftist við Jóhonnu Mikkelsen av Skálatoftum í 1863, og í 1866 bygdu tey sær nýggj hús sunnan fyri

f. 1842 Husfader f. 1844 Husmoder f. 1890 Pleiebarn f. 1892 Pleiebarn f. 1875 Søn Fisker. (Er staddur í Árnafirði) f. 1881 Søn Fisker. (Er staddur í Árnafirði)

Mataránna. Hetta var einasta hús sunnanfyri ánna, og bleiv tað kallað Har Frammi. Óli og Jóhanna fingu trý børn. (1) Elisabeth Fr. Olsen, f. 1865. Hon var krypil og búði í Innistovu í Sundi. (2) Jógvan Fr. Olsen f. 1870. Hann giftist í 1912 við Elsu Fredrikku úr húsinum Har Uppi í Múla. Tey fingu ein drong. Hann æt Jákup Ovi Guttorinus, men hann doyr, tá ið hann var tilkomin, og so (3) Jákup Olsen f. 1874.


NR. 20 HÓSDAGIN 30. MAI 2013

7 Har Frammi, Frilandsmuseet. Norðoya Fornminnasavn

Kongsstovan á Skálatoftum uml. 1898. Símun Fr. Niclasen, bóndi, kona hansara Anna f. Eriksen og ommudótturin Margretha úr Árnafirði standa uttanfyri.

Elsa og Jógvan búðu Har Frammi til umleið 1957. Í 1961 vórðu húsini niðurtikin, flutt til Danmarkar og bygd upp aftur á Frilandsmuseet í Lyngby, og standa tey har í dag. Fleiri upplýsingar um tilburðin havi eg ikki funnið. Ein spurningur, ið kanska er áhugaverdur er, hvar Jákup hevur uppihildið seg, ella hvar hann hevur verið, frá tí hann fór av Skálatoftum um 14.30 tíðina, til hann er druknaður einaferð eftir midnátt í ánni í Múla. Vanlig gongd eftir bygdargøtuni av Skálatoftum og

runt Múlan til Múla, varð fyrr roknað til 1 tíma og 45 minuttir. Teinurin bleiv mettur til 4 fjórðingar, sum er tað sama sum 7,5 km. So eftir hesum skuldi hann verið komin til Múla einaferð um 5 tíðina seinrapartin, men Niklas Hans á Skálatoftum metti líkindini alt ov vánalig at fara um Múlan. so Jákup er møguliga komin sær í óføri, ella hevur hann bíðað eftir betri líkindum onkustaðni úti í haganum. Men hettar eru bert gitingar, og fáa vit neyvan nakrantíð nakað svar, annað enn, at tað gongur long tíð frá tí

hann ferð av Skálatoftum, til hann verður funnin í Mataránni í Múla. Keldur: Føroya Landsskjalasavn. Politiprotokol fyri Norðoyggjar Hansen J. Símun. Tey byggja land 3. History.fo Fólkateljingar 1901 Hansen J. Símun. Tey byggja land 6. Ísakson Finnbogi, Tilburðir í okkara øld 1901 – 1905. Joensen Robert. Minnismyndir og Søgubrot 1. Norðoya Fornminnasavn Viderø Kristian O. Saga Norðuroya. www.history.fo Fólkateljingar 1901

Fýrstaðurin Har Frammi. Norðoya Fornminnasavn


8

NR. 20 HÓSDAGIN 30. MAI 2013

E G K L EMM A ÐI TA L Tað sigur Ressi, Mourentius S. Rensustein, ímeðan vit báðir sita á bonkinum

Tað man vera fáur norðoyingur, ið ikki kemist við Mourentius ella Ressa, sum vit vanliga kalla hann. Skriva bara Ressi, sigur hann ímeðan vit báðir sita á bonkinum og práta, tað er so nógv snøggari og lættari at siga, flennir Ressi. Hann er nummar trý av 7 systkjum, føddur í 1926, ættaður av Hattarvík, har hann eisini vaks upp. Og eitt afturat, skoytir Ressi uppí. Eg fekk mær eftirnavnið Rensistein, tí tað vóru so nógvir Gullaksen. Tað var ein genta av Viðareiði, eg haldi hon av Millanum, hon gleið á einum steini har við einhvørjari byrðu, og steinurin bleiv kallaður Rensistein eftir henni, hon var kallað Rensa. Eg helt navnið vera so

fitt, so eg fekk mær tað til eftirnavn, hetta er langt fyri mína tíð, at hendingin fór fram. Sagt varð á Viðareiði, at beiggi hennara flutti til Trøllanesar, tí hann fekk ikki frið fyri huldufólki. Heldur tú, at huldufólk hava verið til, spyr Ressi meg. Ja, so avgjørt, sigið eg. Heldur tú tað, sigur hann, eg haldi at tað var einki skil á teim gomlu, teir drukku so illa, at teir sóu bæði líkt og ólíkt, flennir Ressi. Norðoyastevnan Vit hildu nógv um Norðoyastevnuna, tá vit vóru ungir. Eg haldi at vit viðhvørt fóru allir beiggjarnir á Norðoyastevnu við hvørt. Eg minnist at eg plagdi at búgva hjá Fridu Malenu og Leivuri Zachariassen, á

Norðoyastevnu. Tað var ikki altíð so lætt at koma úr Hattarvík og higar. Við hvørt fóru vit við Immanuel, sum sigldi tá, eisini kom tað fyri, at vit sigldu við egnum báti. Tað mundi taka ein tíma har á leið, tá væl var sjóva, inn í Sund. Hagani gingu vit onkutíð uppum fjall til Klaksvíkar, tað tók umleið 2 ½ tíma. Vit plagdu tá at vera í ferðalag við Andras, beiggja Bella Jóhann, tí hann var so kendur við leiðina. Vit hugnaðu okkum orduliga á Norðoyastevnu. Fyri tað mesta var eg uppi í føroyskum dansi. Eg dugdi ikki væl at dansa enskan dans. Eisini vóru tíðirnar øðrvísi tá. Tað var ikki bara sum at siga tað, at nerta við eitt konufólk, nei, tað var

tað ikki, so hóast eg hevði lært eitt sindur at dansa vesturi í Vágunum, so dámdi mær betur føroyska dansin. Haldi at meira tign var um kvinnurnar tá. Hóast okkum dámdi væl ein lítlan á Norðoyastevnu, og kanska til onnur høvi við, so sást tú ikki full konufólk, tað kom næstan ikki fyri. Ídag sært tú smágentur ganga og dingla við øl í hondini – nei, ikki riggar tað. Hattarvík Sum eg segði tær, so vaks eg upp í Hattarvík, og tað var eitt paradís at búgva í. Oyggin føddi næstan seg sjálva, tað kom lítið av vøru út til Hattarvík fyrstu tíðina eg minnist, tí vit høvdu alt. Góð fiskimið vóru al-

lastaðni kring oynna, fugl høvdu vit í rúgvuvís um summarið, bæði lunda og lomviga og harafturat kjøt av seyði og neytum. Eplir, rabarbur, hvannir og annað. Til dagliga tørvin vóru vit mest sum sjálvforsýnandi. Ja, teir høvdu eisini akur undir krígnum. Teir gjørdu sítt egna mjøl, eg haldi tað var úr byggkorni. Tað prøvaði eg, drýl av føroyskum mjøli, nei, tað var onki at reypa av. Eg haldi, at fólk ídag høvdu ikki tikið tað í munnin. Undir krígnum flýddu nógv út á Fugloynna at búgva, undan bumbuhóttanum. Vit merktu onki til kriggið har úti. Har var nógv fólk í hvørjum húsi. Fólk fluttu úr Klaksvik og nógva aðrastaðni við út á

Fugloynna, ja, úr Vágunum komu eisini fólk til Fugloyar at búgva í meðan kríggið leikaði. Tað var ein góð tí har úti. Rekstøð Hóast víkin ikki er so góð rekstøð, so kom tó nógvur reki inn á Víkina. Hattarvíkin er so djúp og har er klettur fyri nógvastaðni, tí rak lítið og onki upp á land, so vit bjargaðu frá landi av, tað vit kundi. Eisini flotaðu vit bát. Jú, jú, sigur Ressi og smílist, tað var mangan stuttligt at flota bát eftir reka. Einaferð minnist eg at Símun bróður hevði fingið eygað á eitt stórt blikk, sum fleyt djúpt í sjónum á Víkini. Vit flotaðu bát eftir tí,


NR. 20 HÓSDAGIN 30. MAI 2013

9

U, OG FA S T VA R Ð

í Víkunum og práta, bara um leyst og fast, nú upp undir Norðoyastevnu. tað mundi vera um hálvan metur breitt og um ein metur høgt. Tá vit høvdu fingið tað á land, vísti tað seg at vera kaffi í blikkinum. Tað var so nógv, at vit høvdu kaffi í langa tíð. Hattvíkingar fingu nógvan rekavið á hendan hátt. Minnist eisini, at Leon bróðir hevði funnið eitt so ógvuliga stórt træ inni á Vík (Skarðsvík). Vit fóru allir inn at fáa tað niðanfrá. Træið var so stórt, at eg haldi at flestu bátarnir í Hattarvík fingu nýggjar stokkar av tí. Rekaviðurin bleiv brúktur til mangt og hvat. Ikki sørt, at hattvíkingar seldu burturav til Klaksvíkar, tí vit høvdu so nógv og hartil fekst næstan ikki viður til keyps í Føroyum undir

krígnum. Rágummiballurnar vóru eisini nakað fyri seg, tær skaptu ein lítlan handverksídnað í bygdini. Eg minnist, at eg gjørdi nógvar skógvar burturúr rágummi. Vit gjørdu okkum formar at skera leistin eftir, og so bleiv rágummi smurt við bensin fyri at líma sollan og yvirleðrið saman. Rágummiballurnar vóru stórar, tær vigaðu kanska út ímóti 100 pundum, so nógv fekst burturúr eini slíkari ballu. Tá eg spyrjið Ressa um rekarom, sigur hann, at tað fingu teir einki av úti í Fugloy. Tað var meira í Svínoy at romammurnar komu upp á land. Eg haldi, at orsøkin var, at tunnurnar fóru í smildur ímóti kletti-

num úti í Fugloy. Kokkur Eg havi verið kokkur næstan alt mítt lív á sjónum. Í veruleikanum bleiv eg kokkur av tilvild. Tað bar so á, at eg skuldi við Carlton. Tað var Edvard uppi á lagi, sum var skipari. Hann sigur við meg: Tú skalt vera kokkur hendan túrin. Eg sigið við hann, at tað kundi eg ikki, tí eg dugdi nóg illa at kóka vatn. Men skipararnir tá í tíðini, teir høvdu stóran myndugleika. Edvard sigur tá: Tá eg sigið at tú skalt vera kokkur, so skalt tú vera kokkur. Soleiðis bleiv tað, beiggi Edvard, Hendrikur hevði verið kokkur frammanundan. Hann sigur tá, verð tú

bara kokkur, eg skal hjálpa tær. Hann hevur helst verið góður lærumeistari og kanska havi eg havt góð evni til at kokkast, tí eg havi verið kokkur alt síðani. Giftist í 1962 Ressi var í veruleikanum ”gamal drongur” tá hann giftist við Vithalu Jacobinu Anthoniussen av Morkranesi. Ímeðan vit báðir Ressi sita har á beinkinum við Kommunubrekkuna, fer Ressi í skellilátur knappliga og sigur – Eg skal fortelja tær, hvussu eg fekk samband við Talu. Tað bar so á, at eg sigldi við Esther og sum vant var eg kokkur. Áðrenn vit fóru avstað, kom ein maður til mín við toskarhøvdum, sum

eg skuldi hava til proviant. Vit lógu tá úti á Norðborg. Tala arbeiddi í saltfiskinum har, og eg fór niðan á Norðborg at biða mær salt til høvdini. Ímeðan eg gangi niðan eftir brúnni kemur róp í har uppi. ”Tala nú kemur hann!”. Hetta var sjálvandi í spølni, men eg helt at eg skuldi spæla við, og tá eg var komin niðan tók eg um hana, gav henni eitt orduligt klemm og ein muss – og fast var. Vit hildu saman eini tvey ár áðrenn vit giftust. Tala var ikki hvør sum helst, sigur Ressi nú hugsunarsamur, hon var ein vitug kvinna, og hon hevði ómetaligan týdning fyri lívið hjá mær og var mær ein dyggur stuðul gjøgnum tjúkt og tunnt.

Tala var 10 ár eldri enn eg men tað merkti eg onki til, vit vóru sum javngomul, sigur Ressi at enda í hesum hissinipráti okkara millum. Oliver


40 10

NR. 29. MAI MAI 2013 2013 NR. 19 20 MIKUDAGIN HÓSDAGIN 30.

Mikudagur 29. mai Hósdagur 30. mai

Fríggjadagur 31. mai


19 Hร“SDAGIN MIKUDAGIN30. 29.MAI MAI2013 2013 NR. 20

Norรฐoyastevnuaf tan 1. juni

41 11


42 12

NR. 29. MAI 2013 NR.19 20MIKUDAGIN Hร“SDAGIN 30.

Norรฐoyastevnudag 2. juni


NR. 19 29.MAI MAI2013 2013 20 MIKUDAGIN HÓSDAGIN 30.

43 13


14

NR. 20 HÓSDAGIN 30. MAI 2013

Vilt tú hava eina uppliving, ið tú valla fært aðrastaðni, so

VITJAÐ NIELS Í HORNI

Ein kendur klaksvíkingur, ið nærkast teim sjeyti, hevur alt sítt lív verið arbeiðismaður og hevur fingist við tað í frítíðini, sum musisku evni hansara hava leitt hann til. Niels er friðarligur og lítillátin máður. Hann setir ikki stór krøv til tilveruna, men kemur tú á gátt hjá honum, so trýnir tú inn í eina aðra verð. Norðlýsið hitti Niels í Lávíkabrekkuni har hann býr. Altíð blíður, biður hann meg koma inn at vitja. Eg veit væl, at hann hevur gjørt nógv við málningalistina í mong ár. Og flestu, sum hava vitjað í Klaksvík hava helst lagt til merkis listaverk hansara á Roykstovuni á sinni.

Eg spyrji, um hann ætlar at hava opið hús á Norðoyastevnu. Ja, tað veit eg ikki rættuliga, sigur hann, men øll, ið hava áhuga fyri tí eg havi gjørt, og fyri savni mínum eru vælkomin innar at vitja. Vit fara inn í Horni, húsini, sum eru bygd í 1883 hava verið í hondunum hjá familjuni líka síðani, og ídag býr Niels einsamallur har. Tá eg segði í byrjanini, at tú trýnir inn í eina aðra verð, so er tað tí, at øll húsi-

ni sum tey eru eru eitt listaverk í sær sjálvum, og ikki minst eitt savn av alskyns lutum, sum Niels í Horni hevur havt áhuga fyri. Eitt tað fyrsta hann vísir mær, er ein enskur soldatarhjálmur, ið liggur uppi á eini hyll í gongini. Saman vit jarnhjálminum liggur eisini eitt annað høvuðprýi, nevniliga ein kaskettur við búmerkinum hjá J.F.Kjølbro á og einum laurberjakransi kring merkið. Niels greiður frá, at hesin kasketturin er heilt sersta-

kur, við tað, at pápi hansara, Ferguniels, sum vit kallaðu hann, var skipari á minsta skipinum hjá Kjølbro, nevniliga ferguni Fisken og seinni á Selinum, og hann var einasti skiparin hjá Kjølbro, ið fekk ein kaskett við búmerkinum hjá reiðarínum á. Vit báðir arbeiddu á Dávavirkinum á ungum døgum, og vit høvdu nógv at minnast afturá. Tað var eitt framúr arbeiðispláss, heldur Niels og sigur, eg sakni í veruleikanum nógv pápa

tín, tí eg helt altíð at hann var so góður við okkum ungu sum arbeiddu har. Uppi undir loftinum, í eini av stovunum hongur ein narhvalatonn, ella spjót, um tú vilt, saman við einum skutuli, ið Niels sigur er komin við ættarfaðir hansara úr Kollafirði. Ein málningur við hurðina úr køkinu og inn í stovuna steðgað vit báðir við. Sært tú ikki her, sigur Niels og blívur eitt sindur álvarsligur. – Tvey háhús, ið eru á veg at detta saman, og tríg-

gjar krákur, ið symboliserað teir tríggjar flúgvararnar. – Ein turistur, sum var inni her, og sum sat leingi við køksborðið og eygleiddi hendan málningin gjørdi meg varðugan við at hetta líktist nevnt tvillingatornunum á Ground sero í USA og tí, sum fór fram har tá. Hendan málningin havi eg málað í 1993 – eg havi tá málað eina hending, ið fór fram nógv ár seinni. Hetta er so líkt, at um Niels hevði málað hetta eftir hendingina í USA, so


NR. 20 HÓSDAGIN 30. MAI 2013

15


16

mundu flestu okkara dugað at sæð, at tað var hendan hendingin, ið var insperatiónin. Lonin við Lávíkabrekkuna, sum Niels býr í, er í veruleikanum tvey hús. Abbi hansara bygdi tað fyrru og bróður abban bygdi uppí. Men ídag eigur Niels bæði húsini og hvørt húsið

NR. 20 HÓSDAGIN 30. MAI 2013

er forvitnisligari enn hitt. Eisini uttanfyri hevur Niels í Horni við sínum góðu evnum prýtt nærum hvønn stein. Sera snotuligt og væl røkt er bæði uttan og innan. Tá vit skiltust, sigi eg við Niels, eg skrivið ein stubba og sigið at tú hevur opið hús á Norðoyastevnu.

Um tað verður opið altíð veit eg ikki, men øll, ið vilja síggja tað eg havi her, eru vælkomin inn á gólvið á Norðoyastevnu, sigur Niels Johannesen, ella Niels í Horni sum hann vanliga verður nevndur. Oliver


NR. 20 HÓSDAGIN 30. MAI 2013

L E I Ð A R I N

17

Alt hevur tíð sína

Vælkomin BETESDAKÓRIÐ Í VÁGSTÚNI á Norðoyastevnu Um tað fyrstu Norðoyastevnuna, sum varð fyriskipað í 1936, skrivar Norðlýsið millum annað soleiðis: ”Á hávetri hildu teir gimlu gildi, glaðir yvir, at hin myrka tíðin var liðug, og at sólin, ljósið á síni suðurferð var steðgað og aftur var farið at ferðast norður eftir, berandi við sær summar og gróður, berandi við sær sjálvt lívið. Tá summarið kom, livdu teir eisini. Alt tað, ið myrkrið hevði stongt inni tey longu ohugnaligu vetrarkvøldini, spíraði fram, og unglingar og eldri menn hitust á tingstøðum og á stevnuvøllum til kappingar, skemtingar og stuttleika, til gaman og álvara….” 77 ár eru liðin síðani hesi orðini vórðu skrivaði. Okkara samfelag hevur verið fyri stórum broytingum hesi mongu árini síðani, og hóast vit væl kunnu fylgja skrivingini hjá táverandi blaðstjóranum Hákuni Djúrhuus, so mugu vit sanna, at fortreytirnar hjá okkum, sum ídag liva eru nógv annarleiðis enn hjá teimum í 1936. Og tó, tey munnu helst vera mong, sum í ávísan mun kunnu geva høvundanum rætt í, at veturin við myrku tíðini mangan er tungur at koma ígjøgnum og at sólin ger bæði okkum og okkara umhvørvi væl, tá hon aftur kemur hendavegin um várið. Undir krígnum varð ikki skipað fyri Norðoyastevnu, men so skjótt kríggið var av, varð byrjað aftur. Í ritinum, sum Norðoyastevnunevndin gav út í 1986, tá Norðoyastevnan var 50 ár, skrivar John Reid Bjargalíð soleiðis um árið 1955 tá læknastríið er upp á tað harðasta: ”Vegna vánaligu umstøðurnar, sum vóru í bygdini, vegna eitt óvanligt stríð, ið hevði vart í tvey ár, og beint uppundir stevnuna var eitt ringt rend, var stevnan í ár bert ein dag- sunnudag.”

Norðlýsið hevur for vitnast hjá Jógvan við Keldu, sum var sangstjóri í 46 ár, nær og hvussu sangløtan á Norðoyastevnu við Betesdakórinum byrjaði. Jógvan sigur, at útimøti við Gamla Kirkjugarð hevur verið ein nokk so fastur táttursunnukvøld næstan frá tí at samkoman í Betesda byrjaði í Klaksvík. Seinast í 1950unum, helst í 1958/59, hetta var meðan Heini Hansen var sangstjóri, at byrjað var við einum evangeliskum sangmøti í Vágstúni á Norðoyastevu.Hendan sangløtan lá um 17 tíðina, 16.45 ella 17.15. Hon var hesa tíðina í

nøkur ár, men av teirri orsøk, at so nógv var á skránni við spennandi fótbóltsdystum o.ø., og lítið fólk kom, samstundis, at sangurin næstan ikki hoyrdist fyri gangi, og fyri at siga sum er, var ein spennandi dystur, var ofta ringt at samla allar ungu mansstemmurnar, varð tíðliga tosað um at flyta løtuna. – Spurningurin var bara til nær. Norðoyastevnuskráin var jú trong, og møti í Betesda var aftur kl. 18. Tá ið tíðini

var tað ikki nakað ein bara flutti. Seinni varð tað møtið flutt frá kl. 18 til kl. 19 og gjørdist eitt sangmøti, sum hevði við sær, at heilt nógv fólk hevur á hvørjum ári verið til hetta møtið. So var semja um at gera eina roynd at flyta úti-sangløtuna til kl. 10 Norðoyastevnumorgun. Hóast hetta bara skuldi vera ein roynd, bleiv tað endurtikið øll árini. Tað hevur altíð komið

nakað av fólki at lurta og ikki færrienn, tá løtan var seinnapartin. Tað er so, at kirkjuklokkan ringir aftur kl. 10. Tað kann sigast, eg veit ikki, um man kann siga tað til stuttleika, men sum nakað eitt sindur serstakt, at tað er helst einastu ferð at “ringt” verður til okkara sangløtu. Men tað stutta av tí langa er, at hendan løtan hevur verið í øllum førum hvørt ár nú í eini 55 ár. - Soleiðis hevur alt tíð sína.

Síðani tá hevur Norðoyastevnan helst strekt seg á hvørjum ári yvir tveir dagar, nevniliga leygarog sunnudag, og meira enn so onkrar dagar afturat. Í so máta er Norðoyastevnan í 2013 onki undantak. NFÍ leggur í dag eina sera fjøltáttaða og rúgvusmikla skrá fyri okkum øll, her skráin byrjar longu í kvøld, mikukvøld kl. 18 við fótboltsdysti ímillum KÍ og EB/Streym. So koyrir Norðoystevnan við fullumseglum, hósmorgunin verður byrjað longu kl. 10 á morgni. Fríggjadagin kl. 18 setur borgarstjórin Jógvan Skorheim stevnuna. Nevnast kann eisini her, at Truckerfestivalur eisini er á Norðoyastevnu í ár. Ikki er sørt, at tjakast hevur verið seinnu árini, um summarstevnurnar fara at yvirlivað nú undirhaldsútboðið er so ómetaligt, samanborið við tíðina fyri bert fáum árum síðani. Men hygg bert at skránni fyri Norðoyastevnuna. Hon boðar í hvussu so er frá, at NFÍ ongar ætlarnir hevur um at repa seglini í so máta. Vælkomin á Norðoyastevnu!!!

Brúdleyp Leygardagin 27. juli kl. 13 giftast í Skála Kirkju Sissal Gothard Danielsen, Strendur, og Olgar Jan Sámalsson Lervig, Skáli. Brúdleypið verður hildið í Bygdarhúsinum á Strondum kl 19. Tey, ið ynskja at hátíðarhalda dagin saman við okkum, kunnu tekna seg hjá Sissal (sissaldanielsen@live.dk, tlf. +45 29 92 21 70), hjá Olgar Jan (olgarjan@gmail.com) ella hjá Eyðbjørg Lervig (tlf. 74 16 76). Tekningarfreistin er 15. juni.


18

NR. 20 HÓSDAGIN 30. MAI 2013

»Dr. Livingstone, hugsi eg?«

David Livingstone (1813-1873). Skotskur lækni, trúboðari og rannsóknarmaður. Hann stríddist fyri, at afrikanar skuldu fáa rímilig lívskor og royndi av øllum alvi at basa trælahaldinum í Afrika. Hann doyði í Chitambo sunnan fyri Tanganyikavatn. Líkið varð flutt til Westminster Abbey í London, har so mangir av mætu synum Stórabretlands eru jarðaðir Mynd: Hulton Archive/Getty Images


NR. 20 HÓSDAGIN 30. MAI 2013

19

Pól á Kletti skrivar

Tað vælgerðararbeiði, ið skotski rannsóknarmaðurin David Livingstone setti sjøtul á í Afrika miðja nítjandu øld, er frægasta úrslitið, ið spurdist burtur úr europeisku hjálandatíðindi í hesum heimsparti. Á síðstu rannsóknarferðini hvarv Livingstone í Miðafrika. Bretski blaðmaðurin H. M. Stanley fann hann í frumskóginum sunnan fyri Tanganyikavatn. Liðin eru 200 ár síðan Livingstone var borin í heim

Nilá. Í gomlum døgum var Afrika roknað sum jarðarinnar syðsta meginland og at Nilá var einasta siglingarleið inn í hetta land. Eingin visti, hvussu langt suður, Afrika røkk. Sagt verður, at rómverski keisarin Cæsar sigldi drúgvan tein niðan eftir ánni saman við egyptisku drotningini Kleopatru Mynd: Getty Images

Fyri einans hundrað og fimmti árum síðan vistu europear at kalla einki um innara Afrika. Fyri teimum var Afrika tað myrka meginlandið. Tá strandaleiðirnar eru undantiknar, vóru ongar kanningarferðir gjørdar. Trupult var at sigla eftir stórum áum sum Nilá, Kongoánni og Zambezi. Tí var trupult at røkka innaru landaøkjunum við skipi ella báti. So seint sum í 1840 høvdu europear einans kannað øki í nánd av strondunum. Í gomlum døgum var Afrika roknað sum jarðarinnar syðsta meginland og at Nilá var einasta siglingarleið inn í hetta land. Eingin visti, hvussu langt suður, Afrika røkk. Sagt verður, at rómverski keisarin Cæsar sigldi drúgvan tein niðan eftir ánni saman við egyptisku drotningini Kleopatru. Og tað var nøkur ár fyri okkara tíðarrokning. Eftir deyða Cæsars liðu

meira enn 1500 ár, áðrenn fyrsti europearin sá syðsta landoddan á Afrika. Tað var portugisiski sjófarin Bartolemeo Dias, ið kom so langt í 1488. Søgan sigur, at egyptakongur (farao) sendi nakrar fønikarar á ferð kring Afrika, og at teir tvey ár seinni stevndu inn í Reyðahav. Hesir fønikisku sjómenn søgdu, at teir á ferðini tvær ferðir høvdu sett upp at sáa korn. Útvið fýra hundrað ár eftir Dias doyði skotski rannsóknarmaðurin David Livingstone – í 1873 – meðan hann leitaði eftir keldum Niláar í Miðafrika. Tá Livingstone byrjaði rannsóknarferð sína í 1840-árunum, ráddu arabar yvir Norðurafrika og stórum økjum við afrikansku eysturstrondina. Umleið 1840 fóru europear í hópatali til Afrika sum lærarar, kristniboðarar og læknar. Livingstone var ein teirra.

Europear býta Afrika sínámillum Afrika er stórur heimspartur við meira enn fimmti sjálvstøðum ríkjum og uppaftur fleiri fólkasløgum og mentanum. Fáastaðni er náttúran so fjølbroytt sum í Afrika. Fjøll, dalar, fløtur og mýrilendi eru her størri enn nakra aðrastaðni á Jørðini. Ikki fyrr enn eftir 1500 hava europear nomið sær kunnleika um søgu Afrika sunnan fyri Sahara. Fyri hesa tíð vóru handilsfylgini einasta samband millum suður og norður. Umleið 1200 f. Kr. varð egyptiska fornaldarríkið grundað í Nildalinum. Í Norðurafrika vóru bæði egyptar og fønikar mentað fólk. Ríki teirra hvurvu, men eftir eru stórslignir bygningar og onnur spor. Í miðøld vóru fleiri stór mentanarríki sunnan fyri Sahara. Søgan hjá hesum fólki er goymd í sangi og

sagnum í nógv ættalið. Europear vóru ikki kunnigir við søguna hjá hesum parti av Afrika fyrr enn teir fóru at kanna vesturstrondina. Fyrst løgdu teir mest eftir gulli og fílabeini, men skjótt fóru teir at føra túsundtals afrikanar sum trælir til Amerika; ein handil, sum beindi fyri mongum gomlum ríkjum. Ikki fyrr enn í nítjandu øld fóru europear inn í innara Afrika, og eftir tjúgu árum høvdu teir býtt tað mesta av heimspartinum millum sín. Einans tvey sjálvstøðug ríki vóru eftir – gamla keisaradømið Etiopia har eysturi og Liberia har vesturi. Annars var næstan alt Afrika undir europeiskum yvirvaldi fram til 1950-árini, tá hjálondini so við og við fingu sjálvstýri. Framvegis eru tó fleiri fræls lond í Afrika tengd at gomlu valdsharrunum, bæði búkaparliga og stjórnmálsliga.

Spunadrongurin úr Blantyre Tvey hundrað ár eru júst liðin síðan David Livingstone varð borin í heim. Hann var føddur í eini arbeiðarakroysu í Blantyre í Skotlandi 19. mars 1813. Her skuldu foreldur og fimm børn búleika í einum einasta rúmi 4×3 m stórt. Her skuldu tey halda til, matgera, eta og sova. Slík heim fingu arbeiðarar á bummulsspunavirkinum í Blantyre fyrst í 1800-árunum, og her búði ungi David til hann var 23 ár. Men David var ikki nógv heima. Tríggir av fýra arbeiðarum á spunavirkinum vóru børn, sum máttu arbeiða seks dagar um vikuna, og her arbeiddi David frá tí hann var tíggju ár. Arbeiðsdagurin hjá honum var frá kl. 8 á morgni til kl. 6 á kvøldi. Saman við hinum børnunum klintraði hann millum maskinurnar og skuldi ansa eftir, at tær fingu javnan og heilan tráð

kastaðan uppá. Spunavirkið átti ein skúla, har børnini kundu fáa undirvísing, men tey vóru ikki mong, ið tað orkaðu eftir ein strævnan arbeiðsdag. David var ein av teim fáu. Hann las hvørt kvøld millum kl. 8 og 10, og lærari hansara var bilsin yvir kunnskapartrá og næmi hansara. Lækni og trúboðari Í 1840 fer David Livingstone til Suðurafrika. Í Afrika hevði hann sett sær fyri at fara til Bechuanaland (Botswana) sum lækni og sum trúboðari. Læknaútbúgving hevði hann frammanundan. Ferðin úr Onglandi til Cape Town tók tríggjar mánaðir, og her steig hann á land í mars 1841. Haðani fór han til Kuruman. Ferðin landvegis til Kuruman tók tveir mánaðir, men komin hagar, gjørdist Livingstone stórliga vónbrotin. Trúboðanarstøðina


20

NR. 20 HÓSDAGIN 30. MAI 2013

Victoriafossarnir eru á marknaleiðini millum Zambia og Zimbabwe og eru hægstu, breiðastu og stríðastu fossar í verðini. Heimafólkið nevnir fossarnar »Mosi-oa-Tunya«, t.e. »dundrandi roykur«; eitt navn, sum lýsir fossamegina rættiliga væl. Livingstone fann sum fyrsti rannsóknarmaður fossarnar í 1855 og nevndi teir eftir bretsku drotningini Victoriu. Staðið hevur síðan verið nógv vitjað av ferðafólki og telist millum best umtóktu ferðafólkamál í syðra Afrika Mynd: Getty Images her hevði skotski trúboðarin Robert Moffat stovnað, hann sum segði frá royki úr »túsund bygdum«, har trúboðarar enn ikki høvdu verið. Livingstone hevði tí roknað við, at støðin hevði úr at gera við at kristma afrikanar. Men nú sá hann, at Kuruman var ikki annað enn ein stór bygd. Og eftir 20 árum vóru einans umleið 30 afrikanar kristnaðir, og ongar aðrar bygdir vóru í nánd. Livingstone gjørdi tríggjar ferðir úr Kuruman. Ta fyrstu helt hann í landnyrðing tíðarskeiðið september-desember 1841. Longu í juni 1843 hevði hann ferðast einar 850 km

longri inn í Afrika. Ætlan hansara var at stovna eina nýggja trúboðanarstøð, og hon skuldi grundast í Mabotsa. Roger Edwards var fyristøðumaður á støðini í Kuruman, tá Moffat var í Onglandi. Saman við Edwards fór Livingstone longri inn í Afrika í august 1843, har teir skuldu fara undir nýtt kristniboðaravirki, men tríggjar mánaðir seinni fóru teir aftur til Kuruman at hitta Moffat. Moffat var komin aftur til Afrika við konu og døtrunum Ann og Mary. Livingstone var hjá teimum á jólum 1843. Hann hevði fingið tokka til Mary og

biðlaði til hennara. Hann kendi seg einsamallan í trúboðanararbeiðinum á heimsins útryðju. Mundi endað sum ljónsføði Komin aftur til Mabotsa í 1844, mundi Livingstone doyð. Eitt ljón hevði lagt á eitt lamb í bygdini og Livingstone fór við byrsuni eftir ljóninum og skeyt eftir tí. Hann rakti ljónið, men særdi tað einans og tað leyp á Livingstone, áðrenn hann fekk stundir at løða av nýggjum. Hann datt um koll og ljónið setti tenninar í vinstra yvirarm. Men ein kristin afrikani – Meblawe at navni – kom

Livingstone til hjálpar og bjargaði lívi hansara. Hann var komin við Livingstone úr Kuruman at undirvísa heimafólkinum. Meblawe og ein annar afrikanari argaðu og østu ljónið, so tað ístaðin legði eftir teimum, men tá eydnaðist Livingstone at skjóta djórið til deyðis. Livingstone mátti sjálvur viðgera bitsárini og røkta lamna yvirarmin. Hann leið av nógvari pínu, áðrenn armurin varð lektur. Hann fór til Kuruman at koma fyri seg aftur. Í 1844 varð Livingstone trúlovaður Mary Moffat og tey giftust 9. januar 1845 í Kuruman. David vildi, at

Mary skuldi fylgja við á ferðunum, so tey fluttu ofta stað úr stað. Á hvørjum ókunnustaði, tey komu, skuldi hon stovna skúla fyri afrikansku børnini samstundis sum hon føddi fimm børn eftir einans seks árum. Rannsóknarferðirnar Livingstone og áðurnevndi Roger Edwards sótu ikki altíð væl um sátt; mangan var ósemja teirra millum á ferðunum. Livingstone avgjørdi tí at slíta samstarvið við hann og heldur ferðast sjálvur. Hetta varð byrjanin til mongu ferðirnar í Miðog Eysturafrika. Fyrsta ferðin var til

Chonwane í 1846. Bygdin var 65 km norðan fyri Mabotsa. Tá Livingstone hevði verið í Chonwane í átjan mánaðir við húski sínum, vóru allar áir tornaðar upp. Høvdingurin har, Sechele, flutti fólk sítt til eitt nýtt øki við Kolobeng í Bechuanalandi 65 km longri norðuri, og Livingstone fylgdi við. Livingstone doypti í oktober 1848 Sechele høvding, men henda umvending stóð við bert hálvt ár. Sechele vildi ikki sleppa siðinum at hava fleiri konur. Livingstone gjørdi nú tvær rannsóknarferðir norður eftir Kalaharioyðimørkini – í 1849 og -50.

Hetta minnismerkið lýsir hendingina, tá Livingstone mundi verið etin av einum ljóni. Tveir afrikanskir hjálparmenn bjargaðu honum í evstu løtu. Tað lukkaðist Livingstone at skjóta dýrið til deyðis, men drúgva tíð tók tað at lekja bitsárini í vinstra armi. – Bronsustandmynd í heimbygdini Blantyre í Skotlandi Mynd: Getty Images


NR. 20 HÓSDAGIN 30. MAI 2013

21

Bretin H. M. Stanley var blaðmaður á New York Herald. Hann varð sendur til Afrika at finna David Livingstone, sum var farin at vita, hvaðan Nilá vellir fram. Tá hann fann hann, segði Stanley kendu orðini »Dr. Livingstone, I presume?« (Dr. Livingstone, hugsi eg?) - Træskurðarmynd í bók H. M. Stanleys: »How I found Livingstone« Ætlanin var at koma fram at gátuføra Ngamivatninum. Afrikanar søgdu, at tað var norðan fyri Kalahari. Fyrsta teinin var ferðin frá juni til oktober 1849. Á næstu ferðini var alt húskið við, og tað var ikki vandaleyst fyri Mary, sum nú skuldi hava fjórða barnið. Tey komu til Ngamivatnið og fóru síðan aftur til Kolobeng, har Mary átti eina gentu, men hon doyði einans seks vikur gomul. Hóast lítla gentan var deyð fór Livingstone við húski sínum á aðru ferðina eftir Kalahari (apríl-september 1851). Við afrikanskum leiðvísarum ferðaðust trey mangar hundrað km uttan vatn. Mál teirra var ‘landið við teim mongu áunum’, sum skuldi vera norðan fyri Zougaánna. Saman við fylgisneyta – Oswell at navni – reið Livingstone norðureftir at leita eftir eini stórari á, sum Sebetwane hevði sagt frá. Teir riðu ikki beina kóas, men skákvegis til tess at kanna størri partar av økinum. 4. august 1851 vóru teir komnir fram at Zambeziánni. Livingstone gav henni navnið Shesheke, ið annars var navnið á einari Makololo-bygd har í nánd. Mary var eftir í leguni við áarbakkan.

Føddur í »guddómligum fátækradømi« David Livingstone skaraði framúr. Var rættlatin og vendi verðsliga lívinum bakið til tess at bjarga sál sínari og hava ró í samvitsku sínari. Trúboðarin, læknin og rannsóknarmaðurin Livingstone var hetja í samtíð sínari. Hann var gudrøkin, og tað var hansara ósvitaliga og ektaða trúgv, sum bar á mál í lívsgerninginum at tæna øðrum menniskjum. Summi hildu hann vera tvøran og ringan at hava við at gera. Ein, ið aldrin duldi fyri meiningum sínum, hevði ilt við at laga seg eftir øðrum og kundi gerast vreiður, tá onnur dittaðu sær at koma við góðum ráðum. Flestu av ferðum sínum í Afrika gjørdi hann uttan hvítar fylgisneytar. Valdi heldur afrikanskar hjálparmenn og kendi seg eydnusælan teirra millum. Tað kundi vera fleiri ár, at hann ikki hitti nakran europeara. Livingstone segði seg vera føddan í »guddómligum fátækradømi«. Lønina, hann tjenti á spunavirkinum í Blantyre spardi hann, so hann seinni kundi fara undir hægri lestur. Hann las til lækna fyrst í Glasgow, síðan í London. Eftir próvtøkuna setti hann seg í samband við

Trúboðanarfelagið í London og beyð sær at fara til Suðurafrika sum trúboðari. Hann varð góðtikin og vígdur til tænastu í 1840. Í Bechuanalandi var Livingstone trúboðari í átta ár, prædikaði, umvendi og doypti fólk og dugnaði teimum við læknakunnleika sínum. Væl dugdi hann at fara við heimafólkinum, vinsælur og hjálpsamur, men sanniliga eisini avgjørdur. Lærdi seg heimamálið hjá fólkinum og segði fegin frá ymsum upplivingum saman við afrikanum. Einaferð spurdi hann: »Hvat merkir orðið ‘heilagur’?« Ein littur svaraði: »Í nátt hevur regnað uttan íslit. Merkur, trø og fenaður eru tvigin rein. Sólin rísur. Á hvørjum grasstrái glitrar ein døggdropi. Luftin er rein og frísk. Hetta er tað, ið orðið ‘heilagur’ merkir.« Trælahaldið skuldi basast Ferðin, Livingstone gjørdi norðureftir í 1849, var byrjanin til veruliga stórverkið sum rannsóknarmaður. »Vit hava ein heilan heim fyri okkum,« segði hann. Og henda heimin vildi hann hertaka í gudsríkisins tænastu, men eisini – sum góður victorianari – fyri bretsku handilsvinnuna og tí, sum hann helt vera sið-

mentan. Hann upplivdi hvørt av sínum, gleði og vónbrot. Skakaður var hann av tí umfatandi trælahaldi, ið arabiskir keypmenn høvdu sett í verk í Miðafrika. Hann setti sær fyri at basa hesum óskili, og tað skuldi gerast við kristniboðan og landtøku. Men fyrst var neyðugt at rannsaka Miðafrika og kortleggja tað. Á tann hátt gjørdist Livingstone fyrst rannsóknarmaður, síðan kristniboðari. Eitt søguligt bragd Stóra og váðaliga rannsóknarferðin inn í meginlandið byrjaði í 1852. Konu og børn sendi Livingstone heim til Onglands og helt leiðina vestureftir. Og hetta var eingin frægdarferð. Tropusjúka hótti, og tøkur heilivágur var eingin. Í áunum vóru krokodillur, í frumskógunum eiturormar og allastaðni lúrdu fíggindaliga sinnaðir ættarbólkar. Men hetta var ein søgulig ferð, tí Livingstone var fyrsti hvíti maður, ið ferðaðist tvørtur um Afrika, av strond á strond. Komin at atlantsstrondini fyri vestan, vendi hann við og setti kós móti eysturafrikastrondini. Henda stórmerkiliga ferðin var gjøgnum lond, sum vit í dag nevna Angola,

Zambia og Mozambique. Hesi árini var Livingstone einsamallur saman við afrikansku burðarmonnum sínum. Teinurin var út við 6.500 km. Og so dag var hann staddur við fossar á markinum millum Zambia og Zimbabwe, og sum fólkið har á leiðini nevndi »Dundrandi roykur«, men sum Livingstone nevndi eftir bretsku drotningini – Victoriafossarnir. Síðan fylgdi hann Zambesiánni og náddi í 1856 eysturstrondini. Henda ferðin tvørtur um afrikanska meginlandið verður roknað sum størsta bragd í landafrøðiligu uppdagingarsøguni. Og av henni gjørdist Livingstone víðagitin. Heiðraður sum tjóðarhetja Tá Livingstone kom til London í 1856, varð hann heiðraður sum tjóðarhetja, men slíkan háva legði hann ikki lag í. Tvey ár seinni fór hann aftur til Afrika við 5000 £ til nýggja rannsóknarferð og tilnevning sum bretskur konsul í Eysturafrika. Henda rannsóknarferðin var drúgv og endaði ikki fyrr enn í 1864, og undir vitjan í London árið eftir, leit Kgl. bretska Land-

afrøðifelagið honum í hendi at kanna leiðirnar kring vøtnini Nyasa og Tanganyika, men fyrst av øllum skuldi hann leita eftir upprunakeldunum til Nilánna. Í august 1865 fór Livingstone úr London og í mars árið eftir sigldi hann úr Zanzibar til meginlandið at fara undir triðju stóru rannsóknarferðina, ið eisini gjørdist hansara síðsta. Livingstone kom til Nyasavatn, fór haðani suður um Tanganyika og longri inn í meginlandið. Og her hvarv hann. Stanley leitar eftir Livingstone Í fleiri ár vóru eingi lívstekin frá Livingstone. Leysatíðindi vildu vera við, at hann var deyður. Onkur helt seg vita, at hann var komin í hendurnar á mannaátarum. Tað var hetta, sum fekk ein amerikanskan blaðkong – hann, sum átti New York Herald – at senda leitingarlið at finna Livingstone. Hann boðsendi unga blaðmanninum Henry Morton Stanley og bað hann í stundini taka út túsund sterlingpund, og tá hann hevði brúkt henda pening upp, skuldi hann taka út onnur túsund pund, og soleiðis skuldi hann halda fram. »Ger hvat tú vilt, men finn


22

NR. 20 HÓSDAGIN 30. MAI 2013

Við afrikanskum leiðvísarum á odda ferðaðist Livingstone mangar fjórðingar bæði eftir fruktagóðum fløtum og skróvturrum oyðimarkarlendi Mynd: Getty Images Dr. Livingstone! Farvæl!« vóru avgjørdu boðini. New York Herald var tá heimsins størsta tíðindablað, men hevði ikki gott orð á sær; varð roknað sum fyrilitarleyst, frekt, óvandaligt og ótt eftir gølusøgum. Men ungi blaðmaðurin Stanley var kendur sum dugnaligur og ágrýtin í sínum arbeiði. Honum dámdi best at vera har ið harðast leikaði á enn at ferðast í stásiligum stórbýarsalum. Stanley hevði eitt margbroytt lív aftan fyri seg; føddur í Wales í 1841 uttan fyri hjúnalag, uppaldur á barnaheimi, men kom sær væl fram í lívinum – sum sjómaður, hermaður og blaðmaður, og var nú búsitandi í Amerika. Uppalingin á barnaheiminum í Wales minti ikki sørt um ta hjá Oliver Twist; ein penan dag stakk Stanley av eftir at hava bukað óreina og harðrenda fyristøðumannin á barnaheiminum bæði gulan og grønan. Stanley fekk hýru við einum skipi og kom til New Orleans í USA. Her fór hann upp í borgarakríggið, fyrst sum hermaður í parti við suðurríkjunum, seinni í parti við norðurríkjunum. Síðan byrjaði hann at skriva fyri ymisk dagbløð og arbeiddi nú fyri New York Herald. Tá hann í 1869 varð biðin um at leita eftir Livingstone, hevði hann longu verið í mongum vási. Bjargað lívinum sum skipbrotin, verið í indiánakríggi og eitt skifti verið í Etiopia sum krígsfrásøgumaður fyri blað sítt. Fegin vildi hann, at fólk skuldu geva honum ans sum ein »harðan háls«, men í roynd var hann av lyndi góðvarin og óstøðugur; eyðmýkingin á barnaheiminum hevði sett síni merki. Men sum hermaður hevði hann – sigur Stanley í sjálvsævisøgu

sínari – lært at hata, lúgva, stjala og myrða. Við ársbyrjan 1871 kom Stanley til Zanzibar, har hann skuldi tilbúgva eitt leitingarlið. Hildið var, at Livingstone kanska var staddur í bygdini Ujiji við suðurendan á Tanganyikavatni, og Stanley setti kós tann vegin. Ferðin gjøgnum tættvaksna frumskógin var hættislig, men Stanley gavst ikki og var vísur í, at hann hevði hepnið við sær. »Í sál mínari sigur eitthvørt, at tað fer at eydnast at finna Livingstone,« skrivar hann í dagbók sína á ferðini. »Hetta má skrivast við stórum stavum: FINN HANN, FINN HANN!« Fá, men kend orð Og Stanley fann Livingstone. Ein dag fyrst í november 1871 sá hann eina glitrandi vatnfløtu breiða seg framman fyri sær. Tanganyikavatn! Við vatnsbakkan sá hann nakrar kroysur. Bygdin Ujiji! Og loksins fekk hann eyga á ein mann, sum eftir øllum at døma var tann, hann leitaði eftir. Fet fyri fet gekk Stanley ímóti honum, tók sólskuggahjálmin av høvdinum, rætti hondina fram við hesum kendu orðum: »Dr. Livingstone, I presume?« (Dr. Livingstone, hugsi eg?). Seinni varð Stanley spurdur, um hann veruliga hevði málborið seg soleiðis. »Jú, so er. Hesa løtu fattaðust orð. Eg fekk ikki sagt annað,« svaraði hann. Tá Stanley hevði sagt, hvør hann var og hvør hevði sent seg, svaraði Livingstone: »Ja, hvør kennir ikki hatta ófantaliga blaðið.« Men so beyð hann Stanley hjartaliga vælkomnum. Hann var ógvuliga takksamur og læt Stanley vita, at hann hevði bjargað lívi sínum. »Hann var bleikur, skeggið grátt og á høvdinum

bar hann húgvu við litfarnum gullbandi. Annars var hann ílatin vaðmalsbrøkur og víðan jakka við reyðum ermum,« sigur Stanley í bók sínari um leitingina eftir Livingstone og heldur fram: »Eg stardi at honum, at hvørjum hárlokki, hvørjari rukku í sóttherjaða andlitinum, meðan mær í oyra ljóðaði: Ger hvat tú vilt, men finn Livingstone!« Livingstone var 58 ára gamal og sambært tí, Stanley seinni skrivaði, niðurundirkomin av tropu- og trotasjúku, tannleysur og rak. Vistirnar, Stanley hevði á ferðini, komu tí væl við. Teir báðir gjørdust vinir, hóast lyndismunurin var stórur. Leingi talaðu teir saman. Livingstone greiddi frá sínum upplivingum og Stanley frá tí, sum hent var í stóru verð, meðan Livingstone hevði verið burtur og einki samband havt við umheimin. Livingstone frætti nú á fyrsta sinni um franska-týska kríggið og um nýggja týska keisararíkið, ið grundað var. Dúgliga varð eisini prátað um politisku viðurskiftini heima í Onglandi; Livingstone var í parti við Disraëli, Stanley við Gladstone. Stanley undraðist stórliga á henda gamla, gløgga og roynda rannsóknarmannin, ið hann hámetti sum halgimenni í fótafari Krists, spakførur, hjálpsamur og tolin. Eitt hitt mest reinlynda menniskja, hann hevði hitt. Kenslusom skilnaðarstund Stanley vildi hava Livingstone við sær til London at fáa nøktandi heilsurøkt, men hann bar seg undan. Hann hevði enn ikki gjørt setning sín og vildi vera har, hann var. Í mars 1872 skiltust teir báðir og ótu eina skilnaðarmáltíð saman. Hetta

var ein kenslusom skilnaðarstund. »Eg var tungur í huga og hevði ongan matarlyst, og tað hevði borðfelagi mín heldur ikki,« sigur Stanley í bók sínari um leitingina eftir Livingstone. Báðir vóru teir ógvuliga sinnisrørdir. Stanley var seinasti hvíti maður, ið sá Livingstone á lívi. Mæti rannsóknarmaðurin helt fram við kanningararbeiði sínum, men kreftirnar gingu undan, og 1. mai 1873 doyði hann langt inni í døkka Afrika, í lítlu bygdini Chitambo langt sunnan fyri Ujiji við suðurendan á Tanganyikavatni. Tá afrikansku tænararnir um morgunin komu í skemmu Livingstones, lá hann á knæ framman fyri songini. Teir hildu hann hava bønarstund, men tá teir nurtu við hann, var hann stirðnaður og lívleysur. Hann var 60 ára gamal. Afrikansku tænararnir tóku hjartað úr deyða likaminum og gróvu tað undir einum træi. Líkið varð flutt til Westminster Abbey í London, har so mangir av mætu synum Stórabretlands eru jarðaðir. Vónbrot og heiður Eftir at hava biðið Livingstone farvæl, fór Stanley í skundi oman til strandar at senda fjarrit heim og siga frá, at hann hevði funnið horvna rannsóknarmannin. Stórtíðindi, ið øll heimsins bløð bóru. Tá Stanley í 1872 kom til Paris, varð hann stórliga fagnaður. Hinvegin var móttøkan í London kaldlig. Kgl. landafrøðifelagið helt Stanley einki bragd hava gjørt. Øvund og hugmóð sýndu sítt grima andlit. Stanley var eingin landafrøðingur, men bert ein gabbutur blaðmaður, ið einans var úti eftir at skapa stórtíðindi, sum einki hald var í. Neyvan hevði hann

funnið Livingstone, og um so var, so hevði Livingstone bjargað Stanley og ikki øvugt. Henda viðferð var Stanley eitt satt vónbrot, men so læt Victoria drotning náði sína lýsa. Hon beyð Stanley á vitjan og gav honum eina snúsdós úr gulli, prýdda við gimsteinum. Seinni ásannaði landafrøðifelagið mistak sítt og kom við eini umbering. Stutt eftir skrivaði Stanley bók um leitingina eftir Livingstone, »How I found Livingstone« (»Hvussu eg fann Livingstone«), sum er umsett til mong mál og hevur verið nógv lisin. Stanley andaðist í 1904

sum ein eins víðagitin maður og Livingstone. Hann helt fram, har Livingstone slepti og kannaði leiðirnar kring Kongoánna og grundaði frístatin Kongo, ið hann sjálvur stjórnaði.

FAKTA

David Livingstone Tað var misjavnt, hvussu europear bóru seg at, tá ið teir løgdu lond í Afrika undir seg. Sumstaðni slóðaðu rannsóknarlið, trúboðarar og ævintýramenn fyri fíggjarligum og politiskum hugsjónum. Trúboðarar boðaðu kristindómin, settu skúlar á stovn, bøttu heilsuviðurskiftini og royndu at basa trælahaldinum. Ein slíkur maður var David Livingstone, sum var føddur í Blantyre í Skotlandi 19. mars 1813 og vaks upp í fátækum korum. Frá tí hann var 10 ára gamal til hann var 23 ár arbeiddi hann á einum bummulsvirki í heimbýnum og vann sær samstundis útbúgving á kvøldskúla og tók seinni læknaprógv. Merktur av gudrøkna barndómsheiminum um at tæna og gera øðrum menniskjum væl fór hann í 1840 sum trúboðari til afrikanska Bechuanaland (Botswana). Her sannaði hann alt fyri eitt, at trúboðanararbeiði kravdi umfatandi kunnleika um land og fólk. Hann fór tí á rannsóknarferðir, ið sum fráleið komu at umfata meginpartin av Mið- og Eysturafrika. Livingstone var fyrsti hvíti maður, ið ferðaðist tvørtur um Afrika av strond á strond. Hann fann Nyasavatn í Mozambique og Victoriafossarnar á marknaleiðini millum Zambia og Zimbabwe. Hóast nógv baks og tropusjúka fóru illa við heilsuni, helt Livingstone á við arbeiði sínum. Hann leitaði eftir upprunakeldum Niláar, tá hann andaðist í Chitambo sunnan fyri Tanganyikavatn 1. mai 1873.


23

NR. 20 HÓSDAGIN 30. MAI 2013

9 6

1 2

8

4 1 7 3 6 3 6 1 5 9 8 2 9 4 1 5 9 2 7 3 9 4 8 6 2 7 8 5 7 1

4

1 2 7 5 3 6 7 4 5 1 5 9 6 2 3 7 5 4 8 1 7 6 2 4 3 8 3 8 5 4


PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD: OLIVER JOENSEN

BOX 58 - 710 KLAKSVÍK - TEL. 456285 - INFO@NORDLYSID.FO

VIT SPÆLDU ALTÍÐ TIL DANS Í ATL ANTIS BIO

Tað minnist 77 ára gamli Jørgen Johannesen, ella Øggi, sum verður nevndur millum manna. Tað var ein góð tí, fyrst eg, Martin Heldarskarð og Hans Poulsen, seinni saman við Eiler og Erland. Tað minnir meg um góðar gamlar dagar, sigur Øggi, tá eg hitti hann uttanfyri hús hansara í Lávíkabrekkuni. Hann hevði sitið á beinkinum við Víkabrekkuna, men tá eg kom har og ætlaði at tosað við hann, var hann horvin. So eg niðan í Lávíkabrekkuna at vita um eg sá hann har, jú, hann gekk og mól oman og niðan og við hvørt tvørtur um brekkuna. Tá sigur hann mær, at hann júst hevði eitt ringt herðindi av nýrasteini og at tað píndi hann illa. Men áhugaður sum hann er í harmonikuni, bjóðaði hann sær beinanvegin at fara inn eftir harmonikuni, tá eg bar upp á mál við hann at siga mær eitt sindur um dansin á Norðoyastevnu í gomlum

døgum. Eg havi spælt harmoniku líka síðani er var 12 ára gamalur, sigur Øggi ímeðan hann spælir ein kendan vals ímeðan vit práta. Eg minnist so vælt á eg fyrstu ferð spældi fyri áhoyrarum, tað var til eitt brúdleyp í Fuglafirði, tað situr enn fast í minninum á mær. Fyrr var tónleikurin til dansin vanliga harmonikan. Eg minnist at eg , Martin og Hans Poulsen spældi nógv saman, seinni kom so Eiler Rasmussen og Erland í Búðinum uppí eisini. Eiler Rasmussen var nakað heilt fyri seg, hann var ein veruligur viritu-

osur, og tá hann so kom við koronettini, tá gekk alt upp í eina hægri eind. Og alt bleiv Eiler hjá øllum, eg minnist genturnar, hvussu forgapaðar tær vóru í honum. Hann var eitt unikum. Ikki minst í kirkjuni við koronettini. Fyri okkum, sum hava tónleikaoyra, kemur ongin upp á síðuna á honum. Hansara tónar eru tagnaðir með alla og eg trúgvi ikki at vit fara at hoyra slíkar aftur nakrantíð. Eiler var mín besti vinur, og eg hevði altíð stóra virðing fyri hansara framúr musikalsku evnum. Størsta upplivingin eg

havi havt í lívinum var tá sviin Ebbe Jularbo vitjaði í Klaksvík. Eiler, Erland, Hans og eg fingu hann at koma til Klaksvíkar í 1989 og aftur í 1990. Tað var ein uppliving, ið eg haldi eg kann siga er tann allar størsta í mínum tónleikalívi. Vit hava verið nógvir, sum hava spælt harmoniku íKlaksvík, men tá Erland og Eiler eisini vóru byrjaðir at spæla, tá ferðaðust vit eisini eitt sindur kring um í landinum. Eg minnist at vit vóru í Famjin, á Sandi og onkra aðrastaðni við, jú, tað var ein stuttlig tíð. Tá eg spyrji Øgga, um tey eisini dansaðu føroyskan

dans, tá enskur dansur var lýstur, sigur hann, at tað minnist hann onki til. Tað var vanliga so, at enskur dansur, sum vit kallaðu tað, varð dansaður í Atlantis Bio hjá Bernhardi ”Jov” sum vit róptu hann. Hann arbeiddi har saman við systir síni Elisabeth. Føroyski dansurin hinveginl, var aloftast fyriskipaður í gomlu dansistovuni. Tá so Ítróttarhøllin var bygd og tikin í nýtslu, var aloftst skipað fyri enskum dansi har, og tá kundi sera nógv fólk vera í dansi eitt gott Norðoyastevnukvøld.

venur enn, ivast hann ikki. Ja, eg venji hvønn tann einasta dag. Ikki altíð so leingi longur, men tó hvønn dag, harmonikan er mítt lív. Eg má siga, at tað hevur verið alfa og omega hjá mær, at spæla á harmoniku, so einfalt er tað. Tað var ein smeitur fyri meg, tá Eiler fór, men soleiðis fer alt her í lívinum, og tað má man taka við, sigur Øgge at enda, og trívur í ein vals á harmonikuni. Tað er ikki sørt at nakkahárini á mærreisast, tá tónarnir frá ”Nidelven” tóna í Lávíkabrekkuni hesa sólskynsløtuna.

Tá eg spyrji Øgga um hann

Oliver

Nordlysid nr 20 2013  

Norðlýsið blað nr 20 Hósdagin 30. mai 2013

Advertisement