Issuu on Google+

772245 065007 9

- lokala røddin síðani 1915

KÍ-07 VESTUR LEYGARDAGIN

NR. 13 FRÍGGJADAGIN 4. APRÍL 2014 63. ÁRGANGUR / KR 30,00

MÁTTU BRÓTA FISK ÚR L ASTUNI HJÁ RÁN


2

NORÐLÝSIÐ NR. 13 FRÍGGJADAGIN 4. APRÍL 2014 Í práti við Jákup Páll Joensen á kaffistovuni í egningarskúrinum hjá Bjørgvin

TASKUKRABBAR OG ROGNKILSIR

Eigarin og formaðurin á útróðrarbárinum Bjørgvin, Jákup Páll Joensen, hevur gjørt royndir, við gørnum, eftir rognkilsum. Í hesum sambandi komu teir frámá, at nógvur taskukrabbi er við føroysku strendurnar, og tí fara teir á Bjørgvin í næstum at seta krabbarúsur.

Í egningarskúrinum hjá Bjørgvin á Stongunum, fingu við orð á Jákup Páll Joensen: Frá tí eg var smádrongur á Syðradali minnist eg, av vit plagdu finna smá

Taskukrabbi tann størsti sum teir á Bjørgvin vigaðu vá 7 kg. knýtir a rognum, hetta vóru rognkelsisrogn. Hetta var um summarið, seinni um heystið, funnu vit so smá rognkelsir í fjøruni. Bakar og rognkilsir Sunnanfyri millum bøgarðin og fýrin á Syðradali er eitt sker, ið vit kalla Eltræið, plagdu vit at síggja vaksin rognkelsir standa upp eftir skerinum um há-

summarið. Á Fjørðu kunnu vit síggja trýnini á teimum stunda uppúr vatnskorpuni. Eg má siga, at eg havi fylgt hesum fiskinum eitt sindur síðani. Onkuntíð tá eg havi gingið mær ein túr niðan á Borðoyarvík, so havi eg varnast at eitt nú bakur og kópur hava etið rognkilsir. Tað er ikki meira enn eitt halvt ár síðani ella so, at eg kom gangan-

di eftir gonguteiginum har, at ein bakur misti eitthvørt omanfyri vegin. Eg ómakaði mær at fara at hyggja hvat tað var, og tá sá eg at tað var eitt rognkelsishannur. Royndarloyvi Eg og synirnir, Hjalmar og Høgni hava gjørt nógvar royndir eftir rognkelum við maskinbátinum og ei-

sini við Bjørgvin. Vit áttu nevniliga tvey gørn, sum vit settu ymsastaðni og tað vísti seg at vit fingu í nógvastaðni. So funnu vit uppá at søkja um royndarloyvi. Hetta bleiv um somu tíð, sum fiskaaling fór at royna at brúka rognkelsi at minka um lúsapláguna í laksaaliringunum, so vit fingu eitt samstarv í lag um tað.

Munur á gørnum Trupulleikin hjá okkum hevur tó verið, at vit ongantíð hava havt nóg mikið av gørnum. Royndirnar hjá okkum hava víst, at vit fingu líka nógv í gørnini, sum íslendingar, ið eisini royna eftir rognkelsum fáa í síni gørn. Ein eldri maður, ið nú býr á Signabø, men, sum hevur roynt eftir rogn-


3

NORÐLÝSIÐ NR. 13 FRÍGGJADAGIN 4. APRÍL 2014

Myndirnar umborð á Bjørgvin eru tiknar á einum gággutúri í fjørðinum


4

kelsum í Grønlandi segði tað sama, um vit fyri 1-3 rognkelsir í hvørjum garni, so var ikki at lata illa at. Men ein bátur sum okkara átti at havt eini 4-500 gørn standandi. Vit høvdu sum sagt 100 gørn, tey vórðu keypt ymsastaðni frá úr ymsum londum fyri at royna hvørji vóru best og faktiskt kundu bert eini 40-60 av teimum brúkast, tí hini gørnini fiskaðu als ikki. Nær landi Fyrsta árið, í 2012, royndu vit at seta djúpari fyrst í apríl og mai, tað vísti seg á byrja við, at vit fingu í ímillum 20 og 30 favna dýpi. Hetta riggaði í støðum, men so kom fyri at tað kom rættuliga nógv skøta í aðrastaðni og fløkti gørnini, so har bar ikki til at royna. Seinni fóru vit nærri landi, og síðstu tíðina heilt inn ígjøgnum. Besta tíðin er frá 1. Juli til hálvan september heilt inni við land, so nær sum túr torir at seta. Taskukrabbi Tað vísti seg eisini, at stóri taskukrabbin kom í gørnini. Hesin er eisini ein trupulleiki, tí hann fløkir gørnini. Okkara royndir siga, at taskukrabbin hevur neyvt sama ferðingarlag sum rognkelsi. Tá rognkelsini leita sær inn á grunt vatn at gýta, kemur taskukrabbin eisini, og so skjótt rognkelsini eru burtur, er taskukrabbin eisini burtur. Hetta hevur fingið okkum til at gita um, at taskukrabbin kemur inn fyri at eta rognini hjá rognkelsinum. Eg haldi eg kann siga at vit fingu bara væl av taskukrabba, onkran dagin ímillum trý og fýrahundrað krabbar í 60 gørnum. Krab-

NORÐLÝSIÐ NR. 13 FRÍGGJADAGIN 4. APRÍL 2014

barnir eru rættuliga stórir. Teir liggja um 2,5 kilo upp í 7 kilo heilir. Summir eru forferdiliga stórur. Kjaftarnir á tí eina vigaðu til samans 1740 gram, ella 870 gram hvør. Síðani haldi eg eisini at vit hava fingið onkran krabba ið var størri enn hasin. Trupleikar við sølu Ein trupuleiki var eisini søluliðið. Tað vísti seg ikki at vera bara bara at sleppa av við rognkelsisrogn og eisini høvdu vit í veruleikanum ongar fastar keyparar til krabbarnar sjálvt um stórur áhugi var fyri krabbakjaftunum , so nógvir krabbakjaftar fóru bara niður ímillum skins og hold til vinfólk og onnur. Fofish royndi tó at hjálpa okkum nakað. Men høvuðsorsøkin var at vit høvdu so lítlar nøgdir orsakað av sjálvandi at vit høvdu so fá gørn, sum fiskaðu. Men prírurin var góður onkuntíð, rognkelsini komu uppá 50 kr. Fyri kilo fyri heil rognkilsir og krabbakjaftarnar. Vit gjørdu so eina roynd og hava fingið nógva vitan, síðani vit byrjaðu, men sjálvandi, vit ikki økonomiskar møguleikar at gera nógvar royndir og at blíva við at útvega okkum fiskiamboð, so vit hava fyri tíðina lagt um aftur til línu. 150 nýggjar krabbarúsur Tó so, vit hava fingið stuðul frá góðum fólki her í samfelagnum at útvega okkum einar 150 krabbarúsur, tær eru komnar til landið, og synirnir Hjalmar og Høgni ætla sær at fara at royna eftir krabbum. Uppá fyrispurning frá mær um hjáveiðu. Eg spyrjið tí tað hevur ljóðað at fuglur og annað kemur í

gørnini. Jákup Páll Joensen sigur, at tað hava teir ikki sæð. Vit hava fingið onkran av teim gráu teistunum í gørnini, æðu, skarv ella lóm hava vit ikki sæt. Tað løgna er kanska at vit hava onkuntíð fingið makrel og sild, sum hava hingið fastar í knútunum. Tá má hava verið nakað væl til, tí meskarnir 125 til 135 millimetrar, so er rokni við at stimin man hava verið nakað ógvusligur sum er farin ígjøgnum tá nakað sum helst kann blíva fast. Eg kann nevna, at vit hava einaferð fingið ein pigvar í gørnini. Tá tú skalt royna eftir slíkum fiskasløgum sum rognkelsi og so nær landi, so eru nógv ymisk fyribrigdi, tú skal leggja til merkis. Tað sum eg bleiv mest ovfarin av var, at tað kom fyri at gørnini blivu full av tara og øðrum lorti ímeðan tað ikki hevði drigið um fliðuna við landið. Eg havi nevniliga lagt til merkis, at aldan úti á havinum hevur stóra ávirkan á hetta. Um vit lurta eftir aldumátingunum úti á havi og teir siga frá høgari aldu, so er onki hjá okkum at gera við gørnum, sjálvt um tað stendur við klettin inni á firðunum, tí tá blíva gørnini gravskitin. Í løtuni eru vit spentir uppá at fara at royna við rúsunum. Við rognkilsunum eru vit komnir ov stutt, skulu vit dríva tað vinnuligt, so skulu vit sum sagt hava eini 4-500 gørn tøk, og tað hava vit ikki í løtuni, sigur Jákup Páll skipari og reiðari á Bjørgvin at enda. Oliver


5

NORÐLÝSIÐ NR. 13 FRÍGGJADAGIN 4. APRÍL 2014

L E I Ð A R I N

Norðlýsið hótt um líkt og ólíkt

Málningar ynskjast til keyps Leita verður eftur málningum av m.a. Hans Jacob Glerfoss, Ruth Smith, William Heinesen og Ingálv av Reyni. Um áhugi er at fáa boð uppá málningin, so skal mynd av málninginum sendast til: vlb@vlb.fo

Byggiloyvi Tað var ein ótrúligur túrur eg hevði umborð á Rán í vikuni, tá skipið lá í Norðhavnini og landaði fisk av Flemish Cap. Dag og dagliga eru vit umborð á skipum, ið liggja á Klaksvík og skrivað verður í tí sambandi bæði um líkt og ólíkt. Hendan dagin var tað so, at eg sat í egningarkúrinum hjá Bjørgvin við teldu míni og hevði eitt prát við skiparan, um fiskiskapin eftir rognkilsum og taskukrabbum. Liðugur og farin útum, fekk eg eitt hint um, at Rán lá og landaði á Norðhavnini og at tað gekst illa at fáa fiskin upp orsakað at alt var samanfryst í ein klump. Í Ánunum tók eg nakrar hissini myndir og avgjørdi so at fara umborð á Rán at hyggja. Av tí at eg ikki var kunnugur umborð, gekk tað ein góð løta áðrenn eg fann fram í lastina og fór niður at taka nakrar myndir. Tað, sum eg sá, var ongin hugalig sjón, tá ein hugsar sær at hetta er tilfeingið, sum føroyska tjóðin livir av og sum vit eiga at fara væl um. Eg hevði so í hvussu so er ikki tikið ein einasta av hesum fiskum við til hús til døgurða, tað er so heilt víst. Við nærri kanning, fekk eg at vita, at alt var fryst saman og at tað var nærum vónleyst at fáa hetta upp. Brúkt var millum annað kúbein fyri at fáa fiskin leysan. Hetta bóru sundirbrotnir fiskar, sum sóust eisini boð um. Ná, men ótrúliga søgan hendi ikki fyrr enn tá eg var komin til hús. Tá fáið eg at vita at stjórin hjá mær, John William varð uppringdur áðrenn eg hevði fingið tíð at koyra til hús og hóttur við bæði líkum og ólíkum av stjóranum á Thor og harafturat kom hann við ymiskum konspiratiónsteorium um ótrúligan heilaspuna. Í sær sjálvum má niðurstøða okkara vera, at Hans Andrias, stjóri á Thor má hava eina ótrúliga rúgvu at krógva umborða Rán, tá nakrar fáar myndir hjá okkum høvdu so stóran týdning. Hans Andrias ringir á redaktiónina áðrenn eg eri komin til hús, áðrenn eg havi skrivað ein einasta stav og áðrenn eg havi tosað við nakað menniskja aftana at eg havi tikið myndirnar. Neyðars stjórin á Thor hann hevur verið ræðuliga bangin fyri at almenningurin skuldi síggja mínar myndir úr lastina á Rán, tí áðrenn nakað varð skrivað hótti hann við politinum og nógvum øðrum, bert fyri at ongin mátti síggja mínar myndir. Eg standi bara spyrjandi í øllum hurlivasanum. Oliver

Tekningar til: • Nýbygging • Uppíbygging • Broyting av innrætting Magni E. Dalsgaard Arkitektur AF Tel. 216369

Brúdleyp Leygardagin 5. Juli 2014 kl. 13 giftast í Ebenezer: Randi Ketty Joensen, Hvannasund og Nikkil Heinesen, Tórshavn. Veitslan verður í bygdarhúsinum í Hósvík kl. 19. Tey, ið ynskja at koma til veitsluna, vinarliga sigi frá á 512433 Randi, 509293 Nikkil ella t-post: rn050714@gmail.com. Seinast 9. Juni. Vit hava valt at seta aldursmark á 14 ár.

Íbúð ynskist

Søkt verður eftir íbúð í Klaksvik til einsamallan mann. Tlf. 58 80 71

Grundstykki til sølu Besta útsýnið í Klaksvík verður skjótt selt fyri hægsta boð yvir kr. 600.000. Grundstykkið liggur Undir Grashjalla 23, matr. nr. 1006b. Stykkið er 519 fermetrar til støddar og byggibúgvið klárt til dreymahúsið við útsýni yvir Pollin. Eitt neyst við Borðoyavík úti á Oyri kann ganga uppí keypsavtalu. Øll boð kunnu sendast til matras@live.dk


6

NORÐLÝSIÐ NR. 13 FRÍGGJADAGIN 4. APRÍL 2014

Ú t is e t in h e s a f e r ð :

” Yn s k i m æ r s e y ð a rh ø v d fr á m a m m u 12 . a p rí l” Navn? Mathias Samuelsen

haldi eisini at her er ein fríheit sum mær dámar væl.

Parlagsstøða? Í parlagi

Hvat tekst tú við í frítíðini? Eg spæli fótbólt við ÍF Føroyum, eri til fótbóltsdystir og konsertir. Eri nokk so upptikin við arbeiði, so eg havi ikki so ræðuliga nógva frítíð.

Hvar býrt tú? Øresunds Kollegiet Hvat lesur tú? Ella hvørjum arbeiðir tú við? Eg lesi e-Concept Development, og arbeiði hjá Gubi A/S við síðurnar av skúlanum. Hvat fekk teg av landinum? Útbúgving Hvussu leingi hevur tú verið útiseti? Síðani august 2010 Trívist tú? – og hvør er orsøkin til tað? Ja, tað vil eg siga. Tað føroyska samanhaldið, serliga á ØK, spælir ein stóran leiklut. Eg

Hvat er tað besta við Danmark? Tað besta er eitt sindur ringt at velja. Eg haldi kanska tað besta er, at líka mikið hvør og hvat, so er her heilt sikkurt okkurt fyri øll.

verður við fyrsta flogfarinum eftir lokna útbúgving, men neyvan serliga langt aftaná. Hvat fær teg at leingjast heim aftur á klettarnar? Tá fólk leggja myndir á Facebook av góðum veðri. Og familjan fær meg eisini at leingjast onkuntíð. Og so tá KÍ vinnur ! Hvørjum leingist tú allarmest eftir í Føroyum? Tað er ein tøtt kapping millum familjuna, føroyska matin og Karsten Joensen :)

Hvat er tað ringasta? Kann ikki skylda hetta uppá Danmark, men tað ringasta við at vera lesandi í Danmark, er at tað kostar næstan ein heilan SU at sleppa heim á klettarnar.

Hvussu allýsur (definerar) tú ein týpiskan danskara? Tosar nógv, er sparsomligur, møtir stundisliga, og kann rósa sær sjálvum leingi fyri tað minsta.

Ætlar tú tær heimaftur? Tað er ætlanin. Sigi ikki tað

Hvussu allýsur (definerar) tú ein týpiskan føroying?

Tosar ikki so nógv, er hjálpsamur, møtir ikki serliga væl til tíðina, og rósar sjáldan sær sjálvum.

Hvar ert tú stødd/staddur um fimm ár? Hopi tað verður heima hjá mær sjálvum í Klaksvík.

Føroyingar hava lyndi at ”dumma” seg við tí málsliga á donskum – tað ger seg mest galdandi fyrstu tíðina niðri. Hevur tú nakrantíð ”dummað” teg? Tað haldi eg ikki. Eg búði í Keypmannahavn frá ’94 til ’99, og lærdi heilt fitt av donskum. So havi ikki havt trupuleikar ella serlig óhapp við málinum.

Um tú hevur eina serstaka heilsan at bera onkrum har heima, er møguleikin her: So má tað vera ein heilsan til mammu, við ynski um at seyðarhøvd vera á borðinum 12. apríl :) Føroyingar kenna føroyingar. Hvør útiseti skal standa fyri skotum næstu ferð? Rógvi Biskopstø


7

NORÐLÝSIÐ NR. 13 FRÍGGJADAGIN 4. APRÍL 2014

amr.fo

Marine Harvest Faroes er alifelag við trimum alibrúkum og einari smoltstøð. Vit leggja serliga dent á góðan trivnað, og á góð arbeiðsviðurskifti.

Fyrisitingar- og fíggjarleiðari til Marine Harvest Faroes Søkt verður eftir fyrisitingar- og fíggjarleiðara til Marine Harvest Faroes.

Starvið verður sett skjótast til ber. Løn sambært avtalu.

Tú kemur at hava ábyrgd av fíggjarstýringini hjá Marine Harvest Faroes. Hetta inniber at hava ábyrgd av øllum fyrisitingarligum uppgávur, bókhaldinum og rapportering til móðurfelagið. Arbeiðsstaðurin verður á smoltstøðini á Hellunum.

Ynskjast fleiri upplýsningar, ber til at ringja til Hans Jákup Mikkelsen, stjóra, tlf. 791001.

Vit vænta okkum, at tú hevur HD í roknskapi ella cand.merc.aud. og hevur royndir í fíggjarstýring. At tú hevur teldukunnleika til vanligu office forritini, góðan kunnleika til Navision, dugir væl enskt, hevur samstarvsevni og dugir at arbeiða sjálvstøðugt.

www.marineharvest.com

Umsóknir skulu vera okkum í hendi seinast 16. apríl 2014. Umsóknin skal sendast til: Marine Harvest Faroes P/F Ternubrekkan 3 695 Hellurnar att: Una Cornette Ella sum teldupost til hjm@marineharvest.fo


8

NORÐLÝSIÐ NR. 13 FRÍGGJADAGIN 4. APRÍL 2014


NORÐLÝSIÐ NR. 13 FRÍGGJADAGIN 4. APRÍL 2014

9

FLEMISH CAP FISKUR Í EINUM STÓRUM KLUMPI Áhaldandi søgur hava vingið um fiskin hjá Rán og Phoenix, sum felagið Thor í Hósvík eigur, ið skipini eru komin við av Flemish Cap.


10

Í øðrum ørindum í Ánunum ídag, gjørdu fólk okkum varðug við, at fiskurin, sum Ran var í gongd við at leggja upp har, neyvan var hagreiddur á nøktandi hátt. Leingi gekst at landa, og sum skiltist, so mátti sumt brótast upp við kúbeini og øðrum góðum, tí eini gott 70 tons, ella tað sum svarar til út ímóti 100 tonsum av Flemish Cap kvotuni, ser-

NORÐLÝSIÐ NR. 13 FRÍGGJADAGIN 4. APRÍL 2014

stakliga stórur og góður fiskur, vórðu fryst saman í ein veldugan klump í lastini. Fyri at fáa sjón fyri søgn, fóru vit ein túr umborð har eisini, sum vit vanliga eru umborð á skipum á Klaksvík og fingu nakrar myndir av lastini.

og framm ímóti skottinum har frammi lógu stórir flottir toskar saman í einum stórum klumpi. Hvat er hent, ber okkum ikki til at siga, men tað sýntist ikki sum um skipinum restaði innpakning, tí hópin av nýggjum eskjum vóru at síggja umborð.

Tað sá milt sagt ikki tespuligt út í okkara eygum. Bæði har afturi í lastini

Vit sóu eisini fisk, sum var væl innpakkaður í pappír og sá út til at vera hagreitt

eftir tí, ein væntar av matvøruhagreiðing ídag, men hesir stóru samanfrystu klumparnir sóu alt annað enn innbjóðandi út. Kvotan á Flemish Cap er partur av ”fólksins ogn” og hoyrir til tilfeingið hjá okkum øllum, tí má tað vera eitt krav at tey, ið fáa loyvi at troyta hetta tilfeingið, fara somikið væl um, at hetta gevur so góða inntøku

fyri landið, sum møguligt. Hetta var bert ein partur av lastini, sum vit sóu. Men komast kann ikki uttanum, at slíkur hugburður til okkara fiskatilfeingið kann neyvan góðtakast.


NORÐLÝSIÐ NR. 13 FRÍGGJADAGIN 4. APRÍL 2014

11


12

NORÐLÝSIÐ NR. 13 FRÍGGJADAGIN 4. APRÍL 2014

Hvat er hent, ber okkum ikki til at siga, men tað sýntist ikki sum um skipinum restaði innpakning, tí hópin av nýggjum eskjum vóru at síggja umborð.


NORÐLÝSIÐ NR. 13 FRÍGGJADAGIN 4. APRÍL 2014

UMLEIÐ 70 TONS AV ÓINNPAKK AÐUM FISKI AFTURHILDIN Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu starvsstovuni, sigur at Starvstovan hevur afturhildið umleið 70 tons av óinnpakkaðum fiski frá trolaranum Rán. Heilsufrøðiliga Starvstovan hevur verið umborð á Rán sum liggur í Norðhavnini, og sambært stjóranum skuldi Fiskamarknaður Føroya vegna Starvsstovuna kanna fiskin frá Rán og Phoenix. Meira at frætta um hetta seinri. Blaðið fór til prent mikudagin

13


14

NORÐLÝSIÐ NR. 13 FRÍGGJADAGIN 4. APRÍL 2014

Valborg Jacobsen 70 ár Týsdagin 8.apríl fyllir Valborg Jacobsen, Syðrugøta, 70 ár. Dagurin verður hildin í kirkjukjallaranum í Gøtu, 2. Páskadag 21.apríl frá kl.17.00 Øll eru hjartaliga vælkomin.

Vit skulu giftast Leygardagin tann 19. apríl giftast Jastrið Sivertsen og Sigmund Jacobsen, Klaksvík. Vígslan verður klokkan 13.00 í býráðshúsinum. Tey, ið ynskja at hátíðarhalda dagin saman við okkum, eru hjartaliga vælkomin til opið hús í Skálanum, frá kl. 17.00. Tað hevði glett okkum at sæð so mong sum møguligt.

Stjóri til Umhvørvisstovuna Ábyrgdarøki Stjórin hevur evstu ábyrgd av dagliga virksemi stovnsins.

Høvuðsuppgávur • S aman við leiðsluni á stovninum setir stjórin yvirskipað mál og leggur virksemið til rættis innan øll arbeiðsøki. • At viðvirka til og stuðla undir trygga málsviðgerð og brúk av fyrisitingarligum mannagongdum, og hava gott innlit í almenna fyrisiting og politiskar tilgongdir. • At hava ábyrgd av fíggjarstýring, og at játtanir verða hildnar.

Almenn førleikakrøv • V iðkomandi kandidatútbúgving frá lærdum háskúla. Harumframt er tað ein fyrimunur, um stjórin hevur leiðsluútbúgving, leiðsluroyndir og starvsroyndir innan virkisøki stovnsins. • Tað er av stórum týdningi, at stjórin sær yvirskipað upp á tær mongu ymisku uppgávurnar, sum stovnurin skal loysa. Harumframt skal hann kunna fara niður í smálutir, uttan at missa yvirlitið, og hava lætt við at seta seg inn í nýggj viðurskifti.

• S tjórin skal duga væl at fyriskipa og leiða starvsfólk. Tá tørvur er á tí, skal stjórin evna at skera ígjøgnum. • Stjórin skal hava góð evni at samskifta í almenna rúminum og beinleiðis við føroyskar og útlendskar myndugleikar, vinnugeirar og yrkisbólkar.

Setanartreytir Starvið verður lønt ájavnt 38. lønarflokki hjá Tænastumannafelag landsins, tó uttan at vera tænastumannastarv. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og stovnar undir tí, umframt hini stjórnarráðini.

Umsóknir Umsókn við upplýsingum um prógv, royndir og møgulig viðmæli verður send til Fiskimálaráðið, postrúm 347, 110 Tórshavn, ella við telduposti til fisk@fisk.fo í seinasta lagi 22. apríl 2014 kl. 12.00. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Rógva Reinert, aðalstjóra í Fiskimálaráðnum, á telefon 55 32 11, ella við at senda teldupost til fisk@fisk.fo.

Umhvørvisstovan er stovnur undir Fiskimálaráðnum, sum fevnir um virkisøkini Vernd, Matrikul, Kort og Skráir, Gransking, Tinglýsing og Fólkayvirlit og Skógrøkt.

Fiskimálaráðið


15

NORÐLÝSIÐ NR. 13 FRÍGGJADAGIN 4. APRÍL 2014

17. SKEIÐIÐ LOKIÐ Í BOSC Føroyingar um borð í skipum við tyrlupalli og í frálandavinnu hava í meiri enn tvey ár havt møguleikan at taka skeið í Føroyum. Sjónám (fyrr: Trygdarmiðstøðin) byrjaði við teim fyrstu HUET skeiðunum (Helicopter Underwater Escape Training) 26. januar 2012, og síðan tá eru 30 skeið hildin fyri 150 sjófólkum í hylinum í venjingarhøllini í Klaksvík. HUET tekur ein dag, og byrjar við 2 tímum við ástøði; eftir tað verður vant at rýma úr tyrluni í hylinum. Skeiðluttakararnir til HUET-skeiðini hava fyri tað mesta verið føroyingar við norskum skipum í frálandavinnu, men eisini sjófólk við føroyskum og donskum skipum. 22. februar 2013 vórðu tey fyrstu trygdarskeiðini til boripallar, nevnd BOSC (Basic Offshore Safety

17. skeiðið lokið í BOSC. Skeiðluttakararnir arbeiða í norsku frálandavinnuni og eru her avmyndaðir saman við froskmonnum frá JT-kaving og skeiðleiðarum. Standandi f.v.: Brian Nýggjagarð, kavari, Jallgrím undir Leitinum, Bjarni Jørgensen, Hans Áki Dal Christiansen, Jón Bogi Guttesen, skeiðleiðari og Hanus Kjølbro, skeiðleiðari. Húkandi f.v.: Hallur Samuelsen, kavari, Gunnar Justinussen, Atli Lómstein, og Bárður Lydersen, skeiðleiðari.

Course), hildin. Talan er um eitt 3-daga skeið, ið fevnir um grundleggjandi eldsløkking, fyrstuhjálp, sjógvvenjing og HUET. 89 fólk á 16 skeiðum hava higartil tikið lut í BOSC hjá Sjónámi. Hesi fólk eru í starvi um borð í boripallum ymsastaðni kring heimin, men serliga hevur verið talan um norskar boripallar. Útgerðin á Sjónámi er á altjóða støði. Skeiðleiðararnir hava nógvar royndir, og eftirmetingar vísa, at skeiðluttakarar hava verið sera væl nøgdir við HUET og BOSC skeiðini. HUET og BOSC verða hildin sambært krøvum frá donska orkumálaráðnum, og eru framt eftir licensavtalu við Maersk Training í Esbjerg. Skeiðini lúka øll krøv og eru góðkend av londunum Norðsjógvin.

JÓGVAN HÁFJALL TEKNAR Jógvan Háfjall var inni á gólvinum á Norðlýsinum við nøkrum skipatekningum. Vit hava valt at brúka nakrar í bløðunum frameftir. Um onkur hevur hug á tekningunum hjá Jógvani, so er at seta seg í samband við hann á tlf. 595217.

Kambur: fyrr Jógvan Norði, Klettur Marsann eigari er M&S Strendur P/F og Útgerðarmaður kristmund Johannesen, Skála. Kambur er bygdur á Solstrand Slip & Båtbyggeri í Noregi í 1987 úr stáli. Longd 36,60 m breidd 9 metrar. MWM dciesel 935 HK. Kambur er fyrstilínuskip. Um onkur hevur hug at ogna sær onkra tekning av skipunum, sum Jógvan Háfjall teknar til blaðið, so er at seta seg í samband við Jógvan á tlf. 595217.


16

NORÐLÝSIÐ NR. 13 FRÍGGJADAGIN 4. APRÍL 2014

SOLEIÐIS STANDA LIÐINI SEG Í DEYÐBÓLTSSTØÐUM Deyðbóltsstøður eru brotsspørk, fríspørk og hornaspørk og støður, sum standast av hesum. T.d. um um eitt mál kemur eftir eitt hornasparks innlegg ella frísparksinnlegg, so telur tað við í yvirlitið. Tilsamans eru 17 mál skorað higartil uppá deyðbóltar. Tilsamans eru 42 mál skorað í teimum 15 dystunum higartil í Effodeildini. Sostatt eru góð 40% av málunum higartil skorað uppá deyðbóltsstøður. Niðanfyri er listi yvir, hvussu liðini standa seg í deyðbóltsstøðum. AB er einasta liðið, sum einki mál hevur latið ígjøgnum í hesum støðum, meðan øll liðini hava skorað minst eitt mál í deyðbóltsstøðum.

Deyðbóltar ímóti: 4: Víkingur 3: 2: ÍF, KÍ, B36, Skála og B68 1: HB, EB/Streymur og NSÍ 0: AB Deyðbóltar fyri:

3: ÍF 2: HB, EB/Streymur, Víkingur, AB og B36

1: KÍ, NSÍ, Skála og B68 Jákup Ósá

SOLEIÐIS SÆR ’’ASSIST’’ LISTIN ÚT Trý umfør eru spæld í Effodeildini og Norðlýsið fer sum undanfarnu ár at hava ’’assist’’ lista yvir, hvørjir leikarar leggja upp til flest mál. Jákup Ósá Í 2012 gjørdu vit á fyrsta sinni ein slíkan lista og hesin vísti seg at blíva væl umtóktur. Tískil hava vit hildið áfram við hesum og gera aftur ein slíkan lista

í ár, sum við millumbilum verður lagdur út antin í blaðnum ella á heimasíðuni. Í 2012 hevði Hjalgrím Elttør flest upplegg ella ’’assist’’, sum tað verður kallað í m.a. Premier League,

meðan Christian Mouritsen hevði flest upplegg í fjør. Andy toppar Tað er fyrrverandi KÍ leikarin og núverandi NSÍ leikarin Andy Olsen, sum

toppar listan í løtuni. Hann legði upp til trý mál á Skála í dysti, sum NSÍ vann 5-1. Og tað er nokk til at liggja einsamallur ovast á listanum. 4 leikarar hava lagt upp til 2 mál. Teir eru

Hjalgrím Elttør, Andrew av Fløtum, Gert Hansen og Klæmint A. Olsen. Listin sær soleiðis út: 3 upplegg: Andy Olsen

2 upplegg: Andrew av Fløtum Gert Hansen Hjalgrím Elttør Klæmint A. Olsen


17

NORÐLÝSIÐ NR. 13 FRÍGGJADAGIN 4. APRÍL 2014

KÍ-07 VESTUR LEYGARDAGIN

Jákup Ósá

Leygardagin verður 1/8 finala í kappingini um Løgmanssteypið. KÍ fær vitjan av 1.deildarliðnum 07Vestur.

KÍ má finna seg í at vera stór favorittur til hendan dystin. KÍ hevur fingið eina góða byrjan í Effodeildini, um vit hyggja eftir úrslitunum. 3-1 í Fuglafirði móti ÍF, 1-0 móti Víkingi í Klaksvík og einasta tapið kom í Gundadali móti føroyameistarunum HB. 07Vestur flutti í fjør niður úr Effodeildini og eru byrjaðir heilt av nýggjum at byggja upp. Allir útlendingarnir uttan Jovan Panic eru farnir í onnur feløg og

venjarin Hegga Samuelsen byggir liðið í stóran mun upp kring ungar lokalar leikarar. Tó so, so eru royndir leikarar ímillum. 07Vestur hevur fingið eina vánaliga byrjan uppá kappingina. Í fyrsta dystinum vann liðið 2-0 á heimavølli móti næstbesta NSÍ liðnum, men eftir tað hevur liðið tapt móti bæði TB á útivølli og næst besta liðnum hjá AB á heimavølli. KÍ má fáa álopsspælið at koyra KÍ hevur higartil skorað 4

FLOGBÓLTUR:

FM AVGERÐIN FELLIR UM VIKUSKIF TIÐ Mjølnir og Fleyr spæla aðru og eina møguligu triðju FM finalu um vikuskiftið.

Seinasta sunnudag spældu liðini fyrstu FM finaluna í Badmintonhøllini í Klaksvík. Tá vann Mjølnir tryggan 3-1 sigur. Hesaferð verður spælt í høllini á Hálsi, har liðini ikki eru von at spæla burtursæð frá steypafinalunum. Leygardagin verður finalan spæld

kl. 13.00 og vinnur Mjølnir tá, so eru kvinnurnar úr Klaksvík meistarar fjórða árið á rað. Vinnur Fleyr leygardagin, so verður avgerandi finalan sunnudagin kl. 15.00.

mál í trimum dystum, har 3 av teimum komu í fyrsta dystinum í Fuglafirði. Tað er heilt klárt, at KÍ hevur havt trupulleikar í álopsspælinum hesar báðar seinastu dystirnar, tá fáir mál møguleikar eru skaptir. Tískil verður tað heilt klárt avbjóðingin hjá KÍ, at fáa gongd á álopsspælið móti einum liði, sum ikki eigur at geva KÍ stórvegis trupulleikar uttan so, at KÍ undirmetir teir. Stór útskifting Tað verður væntandi eitt

langt frá fullmannað KÍ lið leygardagin. Jonas Flindt Rasmussen hevur leikbann, og í vikuni hava Atli Danielsen, Álvur Christiansen, Heðin Klakstein og Páll A. Klettskarð ikki vant m.a. vegna skaðar ella annað fráfall. Sum skilst vera møguliga allir uttanfyri leygardagin. Ndende dagsins leikari Bláa Bylgjan velur hvønn dyst dagsins leikara. Í Gundadali móti HB var Ndende Adama Gueyé valdur til dagsins leikara.

Hann er eisini samanlagt á odda í ár frammanfyri hinum nýggja KÍ leikaranum Jonas Flindt Rasmussen. Dysturin í Klaksvík leygardagin móti 07Vestur byrjar kl. 17.00.


18

NORÐLÝSIÐ NR. 13 FRÍGGJADAGIN 4. APRÍL 2014

amr.fo


NORÐLÝSIÐ NR. 13 FRÍGGJADAGIN 4. APRÍL 2014

19


PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD: OLIVER JOENSEN

BOX 58 - 710 KLAKSVÍK - TEL. 456285 - INFO@NORDLYSID.FO


Nordlysid nr 13 2014